Bardagin Mikli kapitel 0. Fra side 1tilbage

Formćli Ellen G. White´s

Áđrenn syndafalliđ talađu Adam og Eva andlit til andlits viđ skapara sín, men tá menniskjađ skilti seg frá Gudi viđ at bróta bođ hansara, misti tađ síni stóru forrćttindir. Frelsućtlanin hevur tó giviđ mřguleikan til, at vit framvegis kunnu hava samband viđ Himmalin.Gud hevur talađ viđ menniskjuni í Anda sínum, og heimurin er vorđin kunnađur í guddómligum ljósi viđ opinberingum, sum Gud hevur giviđ sínum útvaldu tćnarum. “Heilagir menn Guds talađu sum teir vórđu drivnir til av heilaga Andanum.” 2 Pćt 1:21

Fyrstu 2500 árini av mannasřguni vórđu ongar opinberingar skrivađar. Teir, sum vórđu lćrdir av Gudi, bođađu sama lćrdómin til ađrar, og hesin varđ so aftur fřrdur frá fađiri til son, frá ćtt til ćtt. Skrivađa orđiđ byrjađi á Mósesar dřgum. Opinberingar frá Gudi vórđu tá niđurskrivađar í bók. Hetta verk helt fram í 1600 ár frá Mósesi, sum skrivađi skapanarsřguna og lógina, og helt fram til tann Jóhannes, sum skrivađi teir mest stórfingnu sannleikarnar í evangeliinum.

Bíblian peikar á Gud sum rithřvundan. Tó varđ hon skrivađ viđ mannahond og hevur persónlig eyđkennir frá teimum ymsu rithřvundunum, komiđ til sjóndar í ymisku listarligu sniđum bókanna.“Řll Skriftin er innblást av Gudi.” 2 Tim 3:16 Tó er hon orđađ á mannamáli. Hin almikli ćvigi Gud hevur viđ sínum heilaga Anda giviđ ljós í sinn og hjřrtu. Hann hevur giviđ dreymar og sjónir, tekin og myndir. Og síđani hava tey, sum sannleikin varđ opinberađur fyri, sjálv latiđ tankan í ein málbúna.

Gud kunngjřrdi sjálvur tíggju bođini og skrivađi tey viđ síni egnu hond. Tey eru tí guddómlig og ikki samansett av manni. Men Bíblian viđ sínum gudgivnu sannleikum, orđađir á mannamáli, peikar á samanrenning av tí guddómliga og menniskjaliga. Hendan sameining er til í Kristusi, Soni Guds, Menniskjusoninum. Soleiđis er tađ satt um Bíbliuna, sum tađ er satt um Kristus, at “Orđiđ varđ hold og tók búgv okkara millum.”Jóh 1:14

Halgabók er skrivađ í řldir av monnum, ymsir í starvstign, sinni og í andaligum gávum. Břkur Bíbliunnar eru tí ymiskar í stíli, og ymiskir hćttir eru nýttir at greiđa frá mongum evnum. Ofta skínur sami sannleikin klárari hjá einum enn hjá einum řđrum. Og tá fleiri rithřvundar viđgera sama evni úr ymiskum sjónarmiđum, tí umstřđur skifta, kann tađ tykjast fyri tann gáloysna ella fordómafulla lesaran, at her samsvarar ikki, ella at talan er um beinleiđis andsřgn. Harafturímóti skilir hin umhugsni og áhaldandi lesarin sonnu meiningina og innara samljóđiđ betri og klárari. Bođskapur Guds er lagdur fram av nógvum ymiskum persónum og er tí lýstur frá fleiri síđum. Ein var meira hugtikin av einum serligum sjónarmiđi um eitt evni, og skilti viđurskiftini í samsvari viđ egnu royndir ella uppfatan og takksemi. Ein annar var hugtikin av einum řđrum sjónarhorni. Undir vegleiđing heilaga Andans bóru báđir fram tađ, sum ávirkađi teir mest. Ymiskar síđir av sannleikanum verđa vístir, men samanlagt er tađ ein samljóđandi eind.

Sannleikar, soleiđis sýndir, vilja sameinast í fullkomna eind, sum er skikkađ til at mřta třrvi hins einstaka í řllum lívsins viđurskiftum og royndum. Gud valdi menniskju til at siga heiminum sannleikan, og viđ heilaga Anda sínum gjřrdi hann tey fřr fyri at gera hetta arbeiđi. Hann gav teimum íblásturin til tađ, sum tey skuldu tala og skriva. Dýrgripurin varđ litin menniskjum upp í hendur, men er tó frá Himli. Bođskapurin er borin fram á ófullkomnum máli, men Guds vitnisburđur er har, og í honum sćr trúgvandi gudsbarniđ dýrdina og ta guddómligu kraftina, fulla av náđi og sannleika.

Guds orđ gevur menniskjanum tann neyđuga kunnleikan til frelsuna. Hin heilaga skriftin má góđtakast sum ein álítandi, fullkomin opinbering av hansara vilja. Hon er grundarlagiđ fyri allari lyndismenning og kristnari lćru, og tađ er út frá henni, athin einstaki skal meta um royndir sínar. “Řll Skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lćrdóm, til sannfřring, til rćttleiđing, til uppfostran í rćttvísi, so at gudsmenniskjađ kann verđa fullkomiđ og fřrt fyri at gera alt gott verk.”2 Tim 3:16-17

Men hóast Gud hevur opinberađ viljan fyri menniskjunum ígjřgnum orđ sítt, so er nćrvera heilaga Andans ikki óneyđug. Tvřrturímóti. Frelsari okkara lovađi, at Andin fór at opinbera orđiđ fyri tćnarum sínum - at vera ljós og vísa, hvussu tú skalt liva eftir tí. Av tí at heilagi Andin gav rithřvundunum íblásturin til alla Bíbliuna, so er tađ eisini ógjřrligt at lćra Andans nakrantíđ skal kunna mótsiga orđinum. Andin varđ ikki givin og kann ongantíđ verđa givin sum avloysari fyri Bíbliuna. Skriftin sigur greitt, at Guds orđ er grundarlagiđ, sum řll lćra, og allar royndir skulu samsvara viđ. Ápostulin Jóhannes sigur, “Tit elskađu! Trúgviđ ikki einum og hvřrjum anda, nei, royniđ andarnar, um teir eru frá Gudi! Tí mangir lygiprofetar eru farnir út í heimin.”1 Jóh 4:1Samsvarandi Jóhannesi ápostli, so kunngjřrdi Esajas profetur hesa ávaringina: “Til orđiđ og vitnisburđin” Es 8:20

Summi siga seg upplýst, og tí ongan třrv hava á vegleiđing úr Guds orđi. Slíkt er at vanćra verk Andans. Tey lata seg stýra av kenslum, sum tey mistaka fyri Guds rřdd. At fylgja kenslunum og at forsřma Skriftina, kann bert fřra til řrkymlan, villleiđing, svik og oyđilegging. Tađ fremur bert verk hins ónda.Av tí at verk heilaga Andans er av střrsta týdningi fyri Kristi samkomu, er ein av Satans ćtlanum ígjřgnum tey víđgongdu at skapa andstygd fyri verki Andans, og tá at fáa Guds fólk til at hugsa ov lítiđ um hesa kelduna til styrki, sum Harrin sjálvur hevur giviđ.

Ígjřgnum řldirnar, sum evangeliiđ varđ bođađ, skuldi heilagi Andin í samljóđi viđ Bíbliuna halda fram viđ sínum verki. Alla tíđina, ímeđan Gamla og Nýggja testamenti vórđu til, helt Guds Andi fram at geva ljós til einstaklingar,umframt tćr opinberingar, sum eru at finna í heilagu Skriftini.Bíblian sjálv vísir til, hvussu menn ígjřgnum heilaga Andan hava fingiđ ávaringar, ráđ og vegleiđing. Eisini komu rćttleiđingar um lutir, sum á ongan hátt hřvdu viđ savnanina av Skriftini at gera. Og profetar eru nevndir í ymsum tíđarskeiđum, av hvřrs útsřgnum einki er skrivađ. Á sama hátt skuldi heilagi Andin áhaldandi upplýsa, ávara og ugga břrn Guds, aftaná at hin heilaga Skriftin var liđugt savnađ.

Jesus lovađi lćrusveinunum hetta: “Men táiđ hann, Andi sannleikans, kemur, skal hann leiđa tykkum til allan sannleikan. Tí hann skal ikki tala av sćr sjálvum, nei, tađ, sum hann hoyrir, skal hann tala, og tađ, sum koma skal, fer hann at kunngera tykkum.”Jóh 14:26 & 16:13 Bíblian lćrir týđuliga, at hesi lyftir langt frá eru avmarkađ til ápostlanna dagar, men galda Kristi samkomu til allar tíđir. Frelsarin hevur giviđ sínum fylgjarum hesa trygd: “Og eg eri viđ tykkum allar dagar, líka til enda tíđarinnar.”Matt 28:20

Paulus sigur, at gávur og gerđir Andans vórđu givnar samkomuni “fyri at hini heilagu skuldu verđa gjřrd fullkomin til tćnastuverk, likami Kristusar til uppbyggingar, inntil vit řll vinna fram til at vera eitt í trúnni á Son Guds og kunnskapin um hann, til at vera fullvaksnir menn, til vakstrarmark fyllingar Kristusar.”Ef 4:12-13

Ápostulin bađ soleiđis fyri teimum trúgvandi í Efesus: “At Gud Harra okkara Jesus Kristus, Fađir dýrdarinnar, skal geva tykkum Anda vísdóms og opinberingar til kunnskap um seg og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, iđ hann hevur kallađ tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur hansara er millum hini heilagu, og hvussu ómetaliga stór kraft hansara er á okkum, sum trúgva.”Ef 1:17-19 Verk heilaga Andans geva ljós. Hann opnar sinnini fyri djúpu viđurskiftunum í Guds orđi. Tađ var tann signingin, sum Paulus strembađi eftir fyri samkomuna í Efesus.Eftir at heilagi Andin varđ stađfestur á undurfullan hátt á hvítusunnu, eggjađi Pćtur til umvending og dóp í Kristi navni til fyrigeving syndanna og segđi: “So skulu tit fáa gávu heilaga Andans. Tí til tykkara er lyftiđ og til břrn tykkara – og til řll, sum langt burtur eru – so mong sum Harrin Gud okkara kallar.”Áp 2:38-39

Beinleiđis knýtt at vígvřllinumtil Harrans dag hevur Gud viđ Jóeli profeti lovađ serliga veiting av heilaga Andanum.Jóel 3:1-2Hon gekk partvíst út á hvítusunnudegi, men vil endaliga ganga út, táiđ Gud oysir út náđi sína í sambandi viđ ta síđstu bođanina av evangeliinum.Bardagin mikli ímillum gott og ilt vil áhaldandi vaksa í styrki til enda tíđarinnar. Satans vreiđi hevur í řllum tíđum veriđ vend ímóti Kristi samkomu, og Gud hevur giviđ fólki sínum styrki viđ náđi og Anda sínum at standa ímóti megi hins ónda. Ápostlarnir fingu serligar signingar frá tí ljósgevandi Andanum, táiđ teir skuldu bođa evangeliiđ um allan heimin og skrivađ tađ til řll ćttarliđ.Men so hvřrt sum samkoman nćrkast Jesu afturkomu, fer Satan enn ídnari at herja á “í stórari vreiđi, tí hann veit, at tíđin, iđ hann hevur, er so stutt!”Op 12:12Og”koma hansara verđur eftir sterku virkan Satans, viđ řllum mátti lygnarinnar og teknum og undrum.1 Tess 2:9

Í stív 6000 ár hevur fyrrverandi hřvuđseingilin brúkt alla sína orku til svik og oyđing á jřrđini. Alt Satans listilćrda handverk og snildi, og allir óndu eginleikarnir, sum eru mentir ígjřgnum tíđirnar, fara at verđa nýttir ímóti Guds fólki í hesum síđsta bardaga. Í hesi neyđartíđini skulu tey, sum hoyra Gudi til, bođa Harrans ađru komu fyri řllum heiminum, og eitt fólk skal vera fyrireikađ at standa “lýtaleyst og óspilt framman fyri Honum í friđi”2 Pćt 3:14 Í hesi tíđini verđur hin serliga gávan av náđi og megi eins neyđug fyri kirkjuna, sum hon var á ápostlanna dřgum.

Viđ heilaga Andans ljósi, hava hendingarnar í drúgva stríđnum ímillum tađ góđa og tađ ónda veriđ sýndar fyri rithřvundanum av hesum síđum. Frá tíđ til ađra havi eg fingiđ loyvi til at síggja tađ verkiđ, sum er framt ígjřgnum řldirnar, tađ stóra stríđiđ ímillum Kristus, lívsins fúrsta, frćlsisins upphavsmann, og Satan, óndskapsins fúrsta, syndarinnar upphavsmann, tann fyrsti at bróta Guds heilagu lóg. Hatur Satans ímóti Kristusi sćst í hansara stríđi ímóti Guds fólki.

Satan hatar grundreglurnar í Guds lóg. Stríđsćtlanin er villleiđing. Hann fćr skeivt at líkjast sannleika, gandar rangt til rćtt, og ávirkar mannalógir at broyta grundreglur í Guds tíggju bođum. Fólk ávirkast at tilbiđja tađ skapta ístađin fyri Skaparan. Soleiđis hevur veriđ, er og fer at verđa. Satan roynir at skeikla myndina av Gudi til at hyggja at honum viđ ótta og hatri, heldur enn viđ kćrleika. Máliđ er at seta ćvigu lóg Guds til viks, so at fólk skulu halda seg vera frćls frá at halda hana. Satan hevur eirindaleysur jagstrađ řll, iđ hava vágađ sćr at standa ímóti sínum villleiđingum. Síđani koma ákćrur frá teimum villleiddu ímóti teimum, sum hava vágađ sćr at standa ímóti villleiđingunum í landsins lógum, burtur frá Gudi. Tađ er hent patriřrkum, profetum, ápostlum, blóđvitnum og trúbótarfólki til allar tíđir.

Í síđsta stríđnum fer Satan at nýta sama framferđarháttin. Hann leggur sama andan fyri dagin, og strembar eftir tí sama málinum sum í forum. Sřgan vil endurtaka seg, men einans viđ tí muni, at stríđiđ verđur ógvusligari, enn heimurin fyrr hevur sćđ. Satans svik verđa meiri listilćrd, og álop hansara verđa treiskari. “Um tađ var gjřrligt, so vildi hann enntá eisini villleitt hini útvaldu.”Mark 13:22

Soleiđis sum Andi Guds hevur sýnt mćr stóru sannleikarnar í orđinum og víst mćr á fortíđar og framtíđar hendingar, havi eg fingiđ uppgávuna at lýsa sřguna í gomlum dřgum og at stremba eftir at kasta ljós á fortíđina soleiđis, at vit eru kunnađ um tađ stríđ, sum skjótt nćrkast.Í hesum arbeiđi havi eg roynt at velja og samanbera ymiskar hendingar úr kirkjusřguni á slíkan hátt, so at tađ sćst, hvussu heimurin til ymiskar tíđir hevur fingiđ kunnleika til teir stóru sannleikarnar, sum eru komnir undan kavi – sannleikar, sum hava vakt vreiđi Satans og fíggindskap frá eini verđsligari kirkju, og sum eru hildnir í hevd av menniskjum, sum ikki hřvdu líviđ ov kćrt til at fara í deyđan.

Í hesum sřguligu hendingum kunnu vit síggja ávaringar um tađ stríđiđ, sum vit hava í vćntu. Táiđ vit meta alt hetta í ljósinum av orđi Guds og undir vegleiđing heilaga Andans, verđa vit fřr fyri at síggja álop hins ónda og teir vandar, sum vit skulu skýggja, um vit ynskja at vera “lýtaleys” fyri Harranum viđ afturkomu hansara.

Tađ stóra siđaskiftiđ er sřgulig sannroynd, sum er vćl kent og viđurkent av protestantunum, og ikki kann mótsigast. Eg havi lýst hetta sřguliga evni stutt fyri at hanga saman viđ řrindunum í hesari bók.Matt 28:19-20Tíđarskeiđini eru avmarkađ mest gjřrligt, tó uttan at tađ skuldi gingiđ út yvir lýsingarvirđiđ til samanhangin.Tá ein sřgufrřđingur hevur skrivađ hendingarnar á slíkan hátt, at tćr geva gott yvirlit í fáum orđum, ella hevur savnađ ymiskar hendingar á lćtt skiljandi hátt, er hann endurgivin beinleiđis.

Í řđrum fřrum er ikki víst til ávísa keldu, tí endurgevingar eru ikki nýttar vegna hřvundans myndugleika, men tí hann hevur giviđ eina greiđa og sannfřrandi lýsing av evninum. Tilfar fránúlivandi oddafólkum (Nb! Bókin útgivin 1911, ums.)innan trúbótararbeiđi, er nýtt á sama háttin til at umrřđa teirra royndir og sjónarmiđ. Endamáliđ viđ bókini er ikki so nógv at varpa ljós á fortíđar stríđ, sum tađ er at draga fram sannroyndir og grundreglur, sum fara at knýta seg til framtíđar hendingar. Men tá farin vegamót verđa fatađ sum partar av stríđnum ímillum vald ljósins og myrkursins, fáa tey nýggjan týdning. Nú verđa tey ambođ til at varpa ljós á framtíđina og á tann vegin, sum er í vćntu fyri tey, iđ verđa kallađ til at vitna um orđ Guds og vitnisburđ Jesusar, líkasum umbótarfólkini í fortíđini, sjálvt um tađ skal fara at kosta teimum alt í hesum heimi.

Ćtlanin viđ bókini er tí at lýsa hendingar í stríđnum mikla ímillum sannleika og villleiđing. At avdúka Satans svikaráđ og at vísa á, hvussu vinnast kann á teimum. Eisini er ćtlanin at vísa á loysnina til tađ stóra vandamáliđ viđ óndskapinum og at lýsa bćđi byrjanina og endan á syndini, soleiđis at lesarin týđuliga sćr, at Gud er farin rćttvíst og náđiga viđ řllum skapningum sínum.

At enda er ćtlanin eisini at vísa, at lóg Guds er heilag og óbroytilig. Tađ er mín inniliga břn, at ávirkan frá hesari bók fer at geva sítt íkast til, at sálir verđa settar í frćlsi úr myrkursins valdi, og fáa “lut í arvaluti hinna heilagu í ljósinum”. Alt fyri at prísa honum, sum elskar okkum, og gav seg sjálvan fyri okkum.