Bardagin Mikli kapitel 1. Fra side 17tilbage

Oyðing Jerusalems spáað

”Hevði tú tó eisini vitað, um so ikki fyrrenn á hesum degi tínum, hvat ið er tær til frið! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum. Tí dagar skulu koma á teg, táið fíggindar tínir skulu gera hervirki rundan um teg og kringseta teg og treingja teg frá øllum siðum. Teir skulu leggja teg heilt í oyði og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær – tí tú kendi ikki tíðina, táið tú vart vitjaður.”1

Av hæddini á Oljufjallinum hugdi Jesus út yvir Jerusalem. Alt var friðarligt og vakurt. Páskir vóru og børn Jákups komu úr mongum londum at halda stóru tjóðarhátíðina. Telt pílagrímanna stóðu tøtt í líðini ímillum urtagarðar og víntrø. Útsýnið haðani fevndi prýðiligu bygningarnar, sum reistu seg á hjallum, og hervirkismúrar rundan um høvuðsstað Ísraels. Tað var eins og dóttir Zions vildi siga: ”Eg siti sum drotning og eri ikki einkja – sorg skal eg aldri síggja!”

Býurin var sera vakur og í egnum eygum heilt vísur í himmalsins vælvild eins og kongliga ástarskaldið nógvar øldir frammanundan sang: ”Vakurt reisir tað seg, allari jørðini er tað gleði, Zionsfjall, ytst í norðri, staður hins stóra kongs.”2 Teir sera vakru tempulbygningarnir settu tó størsta dámin á sjónina. Strálur frá sólarsetri upplýstu teir snjóhvítu marmorveggirnar og góvu lýsandi endurbragd frá forgyltum portrum, tornum og spírum. Hetta var ”Vakureikans krúna – jødafólksins errinskapur.” Eingin ísraelsmaður hugdi út yvir býin uttan at kenna á sær frøi í undran. Men Jesus hugsaði um onnur ting, og ”tá hann kom nærri at býnum, græt hann um hann.”3

Mitt undir veitslugleiminum, táið hann fór inn í býin, ímeðan fólk svingaðu pálmagreinar og glað róptu hosianna, só hart, at rópini gellu aftur úr fjøllunum. Samstundis við at hesar røddir í túsundatali róptu heimsins frelsara til kong, varð hann knapliga yvirtikin av einari óskiljandi sorg. Sonur Guds, sum Ísrael átti lyfti um, og sum sigraði á deyðanum og setti fangar leysar, græt. Hetta var ikki ein vanlig sorg, men ein øtiligur angist, sum hann ikki fekk hildið aftur.

Býur við framíhjárætti
Hann græt ikki um seg sjálvan, hóast hann væl visti hvønn veg tað bar. Fyri framman var Getsemane, har hann stríddist í deyðsangisti. Hann sá seyðaportrið, sum fólk í øldir høvdu leitt offurdýr ígjøgnum, sum eisini fór at verða latið upp fyri honum, táið hann eins og lamb ”skuldi leiðast at verða dripin.”4 Golgata, har hann fór at verða krossfestur, lá nærindis. Eitt ræðuligt myrkur fór skjótt at køva hesa gøtu, sum Kristus varð noyddur at ganga út eftir at ofra seg sjálvan fyri synd heimsins. Men tað var ikki tankin um tað, sum kastaði skuggar á hann í hesi fólksins gleðisløtu. Tað var ikki kenslan um ta yvirmenniskjaligu líðing, sum hann skuldi ígjøgnum, sum køvdi sinnið í myrkur. Nei, hann græt yvir tey í túsundatali av deyðadømdum í Jerusalem, og yvir, at hesi, sum hann var komin at hjálpa og at frelsa, vóru so blind og so treisk.

Eitt tíðarhvarv yvir 1000 ár lá honum opið, tá Gud á ein serliga hátt hevði hjálpt og ansað eftir sínum útvalda fólki. Her lá Moria-fjallið, har lyftissonurin (Ísakur) var bundin til altarið sum eitt sjálvboðið offur – eitt súmbol fyri, at Sonur Guds skuldi verða ofraður. Tað var sáttmáli signingsins, lyftið um Messias, sum var staðfest fyri Faðir teirra trúgvandi. Her høvdu eldslogar av offubálinum á Ornans treskiplássi stigið upp til himmals og hildið aftur svørði deyseingilsins – sum eitt tekin um Jesu offur og Jesu millumgongutænastu fyri syndig menniskju.

Gud hevði gáað Jerusalem hægri enn heimin annars. Hann hevði ”kosið Zion” sum bústað sín. Har høvdu profetar í øldir boðað ávaring og dóm. Har høvdu prestar svingað roykilsisker og roykurin var stigin til Gud saman við bønum fólksins. Har høvdu tey hvønn dag ofrað blóð av flettum lombum – súmbolinum fyri Lambi Guds. Har hevði Harrin víst seg í dýrdarskýggi yvir Náðistólinum. Har hevði tann gátuføri stigin gjørt bindilið millum jørðina og himmalin, sum einglar gingu upp og niður ígjøgnum. Soleiðis fingu menniskjuni atgongd til tað Allarheilagsta. Um Ísrael sum fólk hevði verið trúfast ímóti Harranum, vildi Jerusalem til allar tíðir verið útvaldi býur Guds. Men søgan um hettar forrættinda fólkið vitnar um fráfall og uppreistur. Tey stóðu náði Guds ímóti, misnýttu framíhjárættindir og spiltu síni høvir burtur.5

Ísrael hevði ”spottað sendiboð Guds, háað orð hansara og hildið profetar hansara fyri gjøldur.” Hóast tað var hann teimum miskunnsamur og náðigur Gud, tolinmóður, ríkur í miskunn og sannleika.” Tó at tey aftur og aftur vrakaðu hann, hevði hann roynt at tala tey á beint. Gud hevði sýnt teimum størri miskunn og kærleika enn vanligur umsorganarfullur pápi. Hann ávaraði tey tíðliga og seint um síni sendiboð, tí hann vildi eira bústað og fólk sítt.6 Táið ávaringarnar, tilmælini og ábreiðslurnar ikki hjálptu, sendi hann tað dýrabarasta. Hann gav teimum allan himmalin í hesari einu gávu.

Gud sendi Son sín at tala tann forstokkaða býin til sjálvstamarhald. Kristus hevði sjálvur leitt Ísrael út úr Egyptalandi. Hann hevði rikið heidningarnar undan teimum. Hann hevði gróðursett teimum gott víntræ ”á einum fruktagóðum heyggi.” Umsorganin var eins og ein girðing um tey, og hann hevði sent tænarar sínar at geva teimum føðslu. ”Hvat kundi hann gjørt afturat fyri víngarðin, sum ikki longu var gjørt? Tað segði hann og hann bíðaði eftir at heysta drúur, men frukt garðsins var beisk”7 Tó vónaði hann at finna frukt. Tí fór hann sjálvur inn í víngarðin í vónini um at bjarga honum frá oyðing. Hann gróv runt um træið, skar tað til og røktaði tað. Hann arbeiddi ótroyttiliga fyri at bjarga víngarðinum, sum hann hevði byrjað.

Í góð trý ár hevði dýrdarinnar og ljóssins Harri gingið inn og út hjá fólki sínum. Hann gekk allastaðni og gjørdi væl. Og hann lekti øll, sum Djevulin hevði kúgað. Hann troystaði tey niðurbrotnu og gav fangum frælsi. Hann gav blindum sjónina, fekk lamin at ganga og deyv at hoyra. Hann lekti spitølsk, gav deyðum lív og boðaði gleðiboðini fyri teimum fátæku. Til allar stættir hoyrdist hin sama vinaliga innbjóðingin. Forløg Jerusalems vóru spáað: ”Komið til mín, øll tit, sum strevast og bera tungar byrðar, so vil eg geva tykkum hvílu.”8

Hóast tey afturløntu gott við illum og kærleika við hatri, helt hann fram at vísa miskunn.9 Eingin varð vístur burtur. Sum heimleysur ferðandi var hann viðfarin sum eitt rekavætti og mátti tola fátækradømi og niðrandi vanvirðing. Men hann livdi fyri at linna og hjálpa menniskjum í neyðarstøðu, og trábað tey um at taka ímóti gávu lívsins. Hvørja ferð at hesi forherðaðu menniskju vístu frá sær miskunn Guds, rann hansara samkensla yvir í ólýsandi kærleika aftur ímóti, og enntá í størri vavi enn áðrenn. Men Ísrael hevði vent sær burtur frá besta vini sínum og tí einasta, sum kundi hjálpa. Tey vanvirdu kærleika hansara, avvístu ráðini og gjørdu látur burtur úr øllum ávaringunum.

Stormskýggj
Náðinnar og vónarinnar tíð var skjótt liðug. Gud hevði leingi hildið vreiði síni aftur, men nú var bikari næstan fult. Hóttandi skýggini, sum í øldir við fráfalli og uppreistri høvdu savnað seg yvir hettar skuldartyngda fólkið, skuldu skjótt fara at bresta á. Tann einasti, sum kundi frelsa tey frá bíðandi lagnuni varð vanvirdur, háðaður og vrakaður. Og hann fór skjótt at verða krossfestur. Táið Kristus var hongdur upp á krossin, misti tjóðin Ísrael sína serstøðu sum eitt signað og framíhjárættinda fólk.

Hvørt tað einasta menniskja sum glatast, er ein so stór vanlukka, at allur heimsins ríkdómur ikki kann viga upp ímóti hesum missinum. Táið Kristus hugdi út yvir Jerusalem, sá hann lagnuna, sum fór at raka býin – hendan býin og tað fólkið, sum Gud einaferð hevði valt til sítt serliga ognarfólk.

Profetar høvdu grátið um fráfall Ísraels og yvir í ta ræðuligu oyðing, sum koma skuldi á tey orsaka av synd. Jeremias ynskti eyguni at veri ein slík tárakelda, at hann kundi gráti bæði dag og nátt yvir sínar dripnu landsmenn og fólk Harrans, sum varð leitt í útlegd.10 Á tann sorg Jesus upplivdi av at síggja komandi øldir fyri sær. Hann sá dómseingilin við svørðinum uppi ímóti hesum býinum, sum Harrin í so langa tíð hevði haft sín bústað.

Av hæddini á Oljufjallinum, har Titus seinni stóð við sínum heri, hugdi hann út um dalin yvir á tempulplássið og yvir súlnagangirnar. Við sorg sá hann í ræðuligari sjón, hvussu múrarnir vóru kringsettir av fremmandum heri. Hann hoyrdi trampini av hermonnunum, sum savnaðu seg í kríggj. Hann hoyrdi møður og børn, sum róptu eftir at fáa mat í kringsetta býnum. Hann sá vakra templið, prýðisborgirnar og torn farast í eldinum. Eftir tey stóð bara roykur upp úr toftunum.

Í forsjónini sá Jesus sáttmálafólkið spjatt út um øll lond sum vrakleivdir á oyddum strondum. Oyðingin, sum skjótt for at raka fólkið í býnum, var bara fyrsti leskur frá vreiðibikarinum, sum tey á dómadegi skuldu tøma til síðsta dropa. Guddómlig samkensla og innarligur kærleiki kom fram í hesum orðunum: ”Jerusalem, Jerusalem, sum drepur profetarnar, og steinar teir, ið sendir eru til tín! Hvussu mangan vildi eg ikki savna børn tíni, eins og høna savnar ungar sínar undir veingirnar. Og tit vildu ikki. ”

Jerusalem — ein spegilsmynd av øllum heiminum
Jesus leit at Jerusalem sum tað samlaða tekni yvir einum forherðaðum og vantrúgvandi heimi í uppreistri, sum við risafetum nærkaði sær hevndardegnum. Verkini frá eini falnari ætt lógu sum ein tung byrða á sinni og hjarta hansara og tað noyddi eitt skerandi róp at fara um varrar hansara. Hann sá sporini frá syndini í sorgini, tárunum og í blóðinum hjá fólki. Hjartað var fult av samkenslu við øllum undir ringum umstøðum, og hann longdist eftir at hjálpa teimum. Men tað byrgdi ikki upp fyri flóðalduni av vanlagnum. Tí bara fá leitaðu eftir hjálpini, harið hon var at finna. Hann játtaði at doyggja fyri at bjarga teimum. Men tað vóru ikki mong, sum komu til hansara at fáa lív.

Kongur himmals græt. Ævigi Sonur Guds var yvirtikin av angist og sorg. Allur himmalin undraði seg yvir hesa sjónina. Hetta vísti hvussu ræðulig syndin er og hvussu trupult tað er fyri sjálvt hin Almáttuga at bjarga tey seku frá avleiðingini av, at bróta lóg hansara. Jesus sá inn í framtíðina fram til ta síðstu tíðina, táið heimurin for at verða drigin inn í eitt líknandi svik sum tað, sum førdi til oyðing Jerusalems. Stóra syndin hjá jødatjóðini var at vraka Jesus. Og stóra syndin hjá kristinheitini fór at vera hon, at hon vildi vraka lóg Guds, sum er grundarlagið fyri leiðslu hansara bæði í Himlinum og á jørðini. Fólk vildu vraka og seta boð Guds til viks.

Milliónir eru leinkjaði til synd og sum trælir Satans verða dømd til hin deyðan, nevndur er annar deyðin, tí hesi noktaðu at lurta eftir Orði Guds á síni vitjunartíð, táið Harrin vitjaði fólk sítt. Á tann ræðuligi blindleiki, ørskapur og vitloysi.

Lagnutími heimsins er spáddur
Tveir dagar innan páskir, táið Jesus fyri síðstu fer fór úr templinum, aftaná at hann hevði hartað alt hyklið millum leiðarar fólksins, fóru hann og lærusveinarnir aftur niðan á Oljufjallið. Teir settust í grønu líðini við einum góðum útsýni yvir býin við múrum, tornum og prýðisbygningum

Túsinn ár undan hevði Sálmaskaldið lovað og prísað Gudi fyri vælgerðir hansara ímóti Ísrael, táið hann tók búgv í templi teirra. Og enn einaferð eygleiddi hann templið í sínum glæsiliga skreyti, hendan vakra gimsteinin á heilaga fjallinum. ”Hann reisti tjald sítt í Salem, búðstað sín á Zion.” . . . ”Hann útvaldi ætt Juda, Zionsfjall, sum hann elskar. Og hann reisti halgidóm sín høgan sum himmalin, fastan sum jørðina, ið hann hevur grundfest í allar ævir.” Hitt fyrsta templið varð bygt, táið Ísrael hevði sína stóru tíð. Dávid kongur savnaði stórar mongdir av virðismiklum byggitilfari til endamálið og verkætlanin at byggja tað varð framd undir guddómligari leiðslu. Sálomon, hin vísasti av Ísraels kongum, fullførdi arbeiðið. Hettar templið var hin stásiligasti bygningurin, sum heimurin tá hevði sæð. Ígjøgnum profetin Haggai hevur Harrin sagt um tað templi, sum seinni varð bygt: ”Hetta seinna húsið skal hava størri dýrd enn hitt fyrra — sigur Harrin Gud herskaranna — og á hesum staði skal eg geva frið —” …. ”Eg skal rista allar tjóðir, so at allir hinir dýrabaru skattir tjóðanna skulu koma higar; og eg skal fylla hetta hús við dýrd — sigur Harrin Gud herskaranna.”12

Aftaná at Nebukanezar hevði lagt templið í oyði (586 f.Kr.), varð tað bygt aftur av einum fólki, sum í ein mansaldur hevði verið í fangaskapi og komu nú aftur til eitt oyði og næstan fólkatómt land. Tað hendi góð 500 ár fyri Krist. Nakrir teir elstu, sum høvdu sæð tempul Sálomons, fóru at gráta táið teir sóu nýggja templið taka skap, tí tað kundi als ikki mála seg við tað fyrra. Á sigandi hátt skriva profetar hvussu tey kendu tað: ”Hinir gomlu, ið høvdu sæð hitt fyrra templið – grótu hart, táið teir sóu grundina verða lagda til hetta húsið.” … ”Hevur nakar tykkara, sum eftir er vorðin, sæð hetta hús í fyrru dýrd tess? Og hvat halda tit um tað nú? Er tað ikki sum einki í eygum tykkara?”13 Og nú fingu teir lyfti um, at hetta skuldi gerast størri í dýrd enn hitt fyrra. Hetta nýggja templið kundi í útsjónd á ongan hátt samanlíknast við hitt gamla. Ei heldur varð tað innvígað við sjónligum teknum um nærveru Guds eins og tað undanfarna. Eingin yvirnatúrligur máttur helt hesa vígsluna (516 f.Kr.). einki dýrdarskýggj fylti rúmið í halgidóminum.

Eingin eldur kom niður av himli og brann ofrið á altarinum. Heilaga Shekina var ikki longur sjónlig ímillum kerúbarnar í tí Allarheilagsta. Sáttmálaørkin, Náðistólurin og lógartalvurnar vóru ikki longur her. Og eingin rødd kom av Himli fyri at opinbera vilja Harrans, táið prestarnir bóðu um tað.

Í øldir høvdu jødar uttan at eydnast roynt at vísa hvussu Gud hevði hildið givna lyftið um Haggai profet. Men teir vóru so blindir av errinskapi og vantrúgv, at teir ikki sóu tann veruliga týdningin av hesum orðunum. Nýggja templið varð ikki heiðrað við dýrdarskýggi frá Harranum, men við, at hann sum hevði alla fyllu guddómsins í sær, var persónliga hjástaddur – Hann, sum er Gud opinberaður í menniskja. Vónin hjá øllum undanfarnum ættum var komin til sítt tempul, táið Jesus frá Nasaret lærdi og lekti á tempulplássinum. Tað var tí Kristus sjálvur kom til staðar, og ikki av aðrari grund, at hettar templi varð størri í dýrd enn tað fyrra. Men Ísrael tók ikki ímóti gávuni av Himli. Táið hin eyðmjúki lærarin gekk út um portrið, forsvann dýrdin frá hesum templinum endaliga. Útsøgn Jesusar: ”Hús tykkara skal latast tykkum oyði,” var tá uppfylt.14

Lærusveinarnir øtaðust við, táið Jesus segði, at templið skuldi verða jarða við jørðina, og vildu fegnir vita, hvat hann meinti við. Í yvir 40 ár varð roynt at gera tað vakrari. Heródes hin stóri hevði oyðslað við bæði rómverskum og jødiskum tilfeingi til arbeiðið. Keisarin fyri heimsríkið hevði eisini latið gávu sum ískoyti. Ein partur av byggiverkætlanini varð framt við hvítum marmorsteinum, sum vórðu fluttir hagar úr Rom. Lærusveinarnir mintu Jesus á hetta við at siga: ”Hygg, hetta eru steinar, og hetta eru bygningar!”

At svara hesum tók Jesus til við hesum álvarsligu og óvæntaðu orðum: ”Ikki skal steinur verða eftur á steini, sum ikki skal brótast niður.”

Lærusveinarnir settu oyðing Jerusalems í samband við persónligu afturkomu Jesusar í jarðiskari dýrd at ráða yvir heiminum, at revsa uppreistrarsinnaðu jødarnar og at fría tjóðina frá oki romverjanna. Hann hevði sagt teimum, at hann vildi koma aftur. Táið hann talaði um revsidómar yvir Jerusalem, hugsaðu teir tí mest um afturkomuna. Og táið teir nú tosaðu við hann á Oljufjallinum, spurdu teir: ”Nær skal hetta henda, og hvat er teknið um komu tína og heimsins enda?”15

Framtíðin varð hildin duld fyri lærusveinunum. Um teir tá høvdu skilt, hvat henda skuldi – at Jesus skuldi líða og doyggja, og at bæði býurin og at templið skuldi smildrast sundur – høvdu teir verði djúpt skakaðir. Kristus lýsti øll tey mest týðandi vegamótini, sum henda skuldu innan enda tíðarinnar. Tá skiltu teir ikki, hvat hann segði, men tað fór at verða opinberað fólki Guds so hvørt tað gjørdist neyðugt. Spádómurin hevði tvinnanda týdning. Oyðing Jerusalems tá og tað, sum henda skuldi evsta dag.

Ímeðan lærusveinarnir sótu og lurtaðu segði Jesus teimum um teir revsidómar, sum koma skuldu yvir fráfalna Ísrael og serliga hevndina fyri at hava vrakað og krossfest Messias. Tey týðuligu teknini skuldu visa seg áðrenn tann ræðuliga endan. Tað, sum óttast skuldi fyri, fór at koma skjótt og óvæntað. Soleiðis ávaraði Jesus sínar eftirfylgjarar: ”Táið tit síggja viðurstygd oyðingarinnar, sum talað er um av Dánjal profeti, standa á heilagari grund – tann, sum lesur tað, gevið tí gætur – tá skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini.”16

Táið merkið hjá heidnu romverjunum varð vundið á stong á heilagari jørð uttanfyri Jerusalems múrar, skuldu Jesu fylgjarar flýggja uttan drál. Allastaðni í Judea og í sjálvum Jerusalem vóru tey noydd til við neyvleika at leggja merki til teknið og so beinanvegin at flýggja. Tann, sum staddur var uppi á hátúni húsins, skuldi ikki fara niður í húsið at taka nakað við sær, og tann, sum var úti á markini ella í víngarðinum, skuldi ikki geva sær stundir at fara eftir klæðunum, sum hann hevði latið seg úr fyri at kunna arbeiða í sólarhitanum. Tey skuldu als ikki drála, tí annars komu eisini tey undir oyðingina.

Vei yvir Jerusalem
Ímeðan Heródes hin stóri ráddi fyri borgum, gjørdi hann nógv fyri at fríðka býin. Hann bygdi eisini torn, múrar og verndarvirkir, sum komu umframt ta góðu verjuna frá náttúrunar hond, tí býurin lá so væl fyri. Hann var roknaður ógjørligur at hertaka við valdi. Um onkur táið tíðindi hevði spáað býin oyddan, vildi hann á líknandi hátt sum Nóa á tíð sínari verið kallaður ørvitisknokkur og vanlukkuprofetur. Men Kristus hevði sagt: ”Himmal og jørð skulu forganga, men orð míni skulu als ikki forganga.”17

Ígjøgnum Mika profet hevur Harrin eisini sagt: ”Hoyri hetta, tit høvdingar í Jákups húsi og tit dómarar í Ísraels húsi, tit, ið skýggja rætt og gera bogið alt tað, sum beint er, tit, ið byggja Zion við blóði og Jerusalem við órætti! – Høvdingar tess døma fyri gávu, prestar tess læra fyri løn, og profetar tess spáa fyri pening – og so kortini líta teir á Harran og siga: »Er ikki Harrin mitt ímillum okkum? Eingin vanlukka kemur á okkum!«”18

Hetta var sonn mynd av hesum ómoralska og sjálvrættvísa Jerusalem. Teir søgdu seg halda boð Guds til síðsta prikk, men í veruleikanum traðkaðu teir tey øll niður. Teir hataðu Jesus fyri reinleika og fyri heilagleika hansara, sum avdúkaði teirra egnu ógudiligheit – og síðani góvu teir honum skyldina fyri allar vanlukkur, sum komnar vóru av egnu syndum sínum. Hóast teir vistu, at hann var ósekur, søgdu teir, at deyði hansara var neyðugur fyri tjóðartrygdina: ”Lata vit hann halda so á, fara øll at trúgva á hann, og Romverjar fara at koma og taka bæði land og fólk okkara.”19 søgdu leiðarar Ísraels.

Um teir ofraðu Kristus, fóru teir kanska einaferð at gerast eitt sterkt og savnað fólk. Soleiðis hugsaðu teir, og teir vóru á einum máli um tað við høvuðsprestin, sum tá var, táið hann yvirlýsti, at betur var at ein maður doyði fyri fólkið, enn at øll tjóðin gekk til grundar.

Á henda hátt hevði leiðslan hjá jødunum: ”bygt Zion við brøgdum og Jerusalem við órætti,” sum profeturin Mika tók til. Teir avrættaðu Jesus, tí hann revsaði teir fyri syndir teirra. Men hóast tað var sjálvrættvísin so stór, at teir sóu seg sum Guds útvaldu og bíðaðu eftir, at Harrin fór at koma og bjarga teimum frá fíggindanum, romverjunum. ”Tí skal Zion – vegna teir – verða pløtt sum akur, Jerusalem vera ein steingrund, og tempulfjallið til skóghæddir.”20

Harrin bíðaði í næstan 40 ár eftir at Jesus hevði sagt dómin, sum koma skuldi yvir Jerusalem, innan hann sendi revsitíman yvir býin og fólkið. Gud sýndi stórt tol við teimum, sum høvdu vrakað gleðiboðskapin og dripið Son hansara. Líknilsið um tað fruktasøra træið vísti háttin, sum Gud brúkti at fara við jødunum. Harraboðið var: ”Høgg tað niður! Hví skal tað standa har og upptaka úr jørðini?”21 Hóast hetta, so spardi hann tey eina tíð. Enn vóru tað mong í jødafólkinum, sum ikki vistu um Jesus og misjón hansara. Og børn teirra høvdu ikki havt tey somu høvini til ella fingið tað ljósið, sum foreldrini høvdu vrakað. Men við ápostlanna og við trúboðan frá samstarvandi teirra, vildi Gud kunna tey og fáa tey eins upplýst.

Tey upplivdu, at spádómurin gekk út. Hetta galt ikki einans føðing Krists, lívið, deyðan og uppreisnina. Børnini skuldu ikki lastast fyri syndir foreldranna. Men táið tey høvdu fingið alt tað ljósið, ið foreldrini høvdu móttikið og vrakaðu tað, ið tey fingu afturat, vórðu tey sjálv samsek.

Tolsemi Guds við Jerusalem gjørdi sítt til at jødrnir gjørdust enn treiskari og meira forherðaðir. Haturið og ræðuleikarnir ímóti ápostlunum gjørdi, at tað síðsta tilboðið um náði varð tikið aftur. Tá tók Gud verjuna frá teimum og Satan við sínum dæmonum átti púra frítt spæl. Og soleiðis varð fólkið latið heilt upp í hendurnar hjá tí leiðarinum, sum tey sjálv høvdu valt. Fólkið í Jerusalem hevði avvíst Kristusar náði, sum vildi havt gjørt tey før fyri at vinna á tí ónda rákinum, sum nú tók yvirhond.

Satan festi í ógvusligheitir og í allar tær lægstu kenslurnar í fólki, soleiðis at tey ikki longur hugsaðu klárt, men mistu tamarhaldið í sinninum og vórðu stýrd av tankafokum og blindum illsinni, sum gjørdi tey púra besett við djevilsum ræðuleikum. Í familjulívinum og í samfelagnum sum heild, millum høg og lág uttan mun, íddi tað við mistankagerð, øvund, haturi, sundurlyndi, uppreistri og morðum. Ongastaðni var trygt. Vinir og familja sviku hvønn annan. Foreldur drópu síni børn og børn myrdu síni foreldur.

Leiðarar fólksins áttu einki afturhald. Óstýrd øði gjørdi teir til bøðilsligar valdsharrar. Jødarnir høvdu góðtikið falskar ákærur fyri at kunna døma Son Guds. Nú gjørdu falskar ákærur lívið ótrygt fyri tey sjálv. Við gerðum sínum søgdu tey: ”…. Latið okkum vera í friði fyri hinum Heilaga Ísraels!”22 Nú var hettar ynski uppfylt. Óttin fyri Gudi gav teimum ongan ófrið longur. Satan leiddi tjóðina, og teir ovastu borgarligu og religiøsu myndugleikarnir vóru í valdi hansara.

Floksleiðarar, sum annars stríddust sínámillum, fóru nú viðhvørt saman at ræna og pína síni offur. Síðani fóru teir í bardaga hvør móti øðrum millum viðhaldsfólk og slóu fólk niður uttan afturhald. Ikki so mikið sum virðing fyri templinum kundi tálma teimum. Tey, sum tilboðu inni í templinum, vórðu høgd niður framman fyri altarið og líkini vórðu liggjandi og dampurin av líkunum forpestaði luftina. Í blindum stórlæti søgdu upphavsmenninir til hetta devilska oyðingarverk, at teir vóru ikki petti bangnir fyri, at Jerusalem nakrantíð skuldi verða oytt, tí hetta var býur Guds. Sjálvt meðan romverjar kringsettu templið, royndu teir at mutra falskar profetar til at boða fyri fólkinum, at tað skuldi vera toli og bíða eftir, at Gud kom og bjargaði teimum.

Líka til tað allarsíðsta trúu tey, at Gud vildi koma og vinna á fíggindanum. Men Ísrael hevði vrakað verju Guds og stóð verjuleyst. Ein ræðulig lagna var komin yvir Jerusalem. Býurin var í upploysn av innanhýsis stríði. Gøturinar vóru litaðar reyðar av blóði frá íbúgvunum, sum drópu hvør annan, ímeðan fremmandur herur skjótt fór at bróta ígjøgnum verndarvirkini og drepa tey, sum vardu býin.

Alt, sum Jesus hevði spáað um oyðing Jerusalems gekk út. Jødarnir fingu at síggja, at Jesus hevði talað satt: ”Við málinum, ið tit mála við, skal tykkum verða mált.”23

Undur og tekin komu, sum varslaðu vanlukkur og dóm. Mitt á nátt skein eitt ónatúrligt ljós yvir templið og altarið. Við sólsetur fóru skýggj at líkjast stríðsvognum og hermonnum, sum stillaðu seg upp til at leypa á. Prestarnir á náttarvakt í templinum vórðu sperdir í ótta av løgnum ljóðum. Jørðin skalv og úr øllum ættum hoyrdust rópini: ”Lat okkum rýma!” Eysturportrið, sum 20 menn akkurát orkaðu at lata aftur, tí tað var boltað við tjúkkum jarnstengrum langt niður í steinsetingina, varð opnað mitt á nátt av einum ósjónligum mátti.24

Í 7 ár hevði ein maður runnið aftur og fram í gøtunum og rópt, at ein vanlukka fór at raka býin. Bæði dag og nátt sang hann hendan dapra sjong: ”Ein rødd úr eystri! Ein rødd úr vestri! Ein rødd úr teimum vindum fýra! Ein rødd ímóti Jerusalem og ímóti templinum! Ein rødd ímóti brúðgómunum og brúðrunum! Ein rødd ímóti øllum fólkinum!”25

Hesin løgni maðurin varð bæði settur í fongsul og pískaður, men tað kærdi hann seg ikki um. Táið hann varð háaður og speirikin, svaraði hann bara: ”Vei Jerusalem! Vei Jerusalem!” Ávaringarnar, sum hann rópti, hildu ikki uppat fyrrenn hann sjálvur varð dripin undir kringsetingini, sum hann sjálvur hevði spáað so leingi.

Undurverd bjarging
Eingin kristin varð dripin, táið Jerusalem varð lagt í oyði. Kristus hevði ávarað ápostlarnar, og øll tey trúgvandi bíðaðu í spenningi eftir tí lovaða tekninum: ”Men táið tit síggja Jerusalem kringsett av herliðum, skulu tit vita, at oyðing tess er nær. Tá skulu tey, sum í Judea eru, flýggja í fjøllini, tey, sum inni í staðnum eru, skulu fara út úr honum.”26 Aftaná at romverjar við Siestusi hevði kringsett býin, tóku teir seg óvæntað aftur, táið alt tyktist at vera til reiðar at gera álop í hesari somu stundini. Hetta hendi táið teir, sum vardu býin, høvdu slept vónini um, at kunna verja býin nóg munadygt og vóru á markinum til at yvirgeva seg. Men uttan nakra sjónliga orsøk tók romverski herførarin seg aftur við heri sínum. Soleiðis leiðir Gud hendingunum til besta fyri sítt fólk. Tey kristnu sóu teknið. Øll, sum vildu, høvdu nú høvi til at taka við ávaringini, sum Jesus hevði givið.

Alt hendi soleiðis, at hvørki jødarnir ella romverjarnir kundi forða teimum kristnu í at flýggja. Táið Sestius rýmdi; fóru jødarnir út úr Jerusalem og eltu her hansara. Ímeðan hesir partar vóru upptiknir av at kríggjast, rýmdu tey kristnu út úr býnum. Hesar dagar høvdu tey kristnu ongar fíggindar nærindis, sum vildu forða teimum. Undir kringsetingini vóru jødarnir savnaðir í Jerusalem fyri at halda leyvsálahøgtíðina og tí kundu tey kristnu flýggja úr landinum allastaðni uttan forðingar. Tað eydnaðist teimum at koma í tryggleika í Pella – sum er ein býur í Perea, hinumegin Jordanánna.

Herur jødanna, sum elti Sestiusi og heri hansara, fóru í álop við slíkari øði, at fíggindin var í vanda fyri stórtapi. Men romverjarnir kláraðu akkurát at hóra undan. Jødarnir høvdu næstan eingi tap og vendu reypandi aftur til Jerusalem við stórum herfongi. Men hesin at síggja til sigur kom teimum aftur um brekkur. Hann hevði uppøst teir til so beiska mótstøðu ímóti romverjunum, at tað førdi til so ringar umstøður í deyðsdømda býnum, at illa ber til at lýsa tær.

»Ikabod« - dýrdin er farin
Tað vóru heilt øtuligar vanlukkur, sum komu yvir býin, táið Titus tók við eftir Sestius til aftur at kringseta býin. Hetta hendi um páskatíðina, táið milliónir av jødum vóru innanfyri múrarnar. Matgoymslurnar, sum kundu havt varað í áravís, vóru frammanundan tømdar og spiltar av innanhýsis stríði vegna øvund og hevndarhugi.

Nú sluppu íbúgvarnir at føla allar teir ræðuleikar, sum ein hungursneyð er atvoldin til. Eitt mál av hveiti varð selt fyri eina talent. So ræðulig var neyðin, at fólk gnaðaðu leðrið á reimum, á sandalum og av skjøldrum. Í náttarmyrkrinum sníktu fleiri seg út um múrarnar at henta plantur til matna, men mong vórðu tikin og pínd til deyðis. Tey, sum komu aftur á lívi, vórðu ofta rænd fyri tað, sum tey høvdu váða lívið fyri.

Valdsharrarnir nýttu teir mest ómenniskjaligu hættirnar til at pína hesi neyðars menniskju at lata frá sær tað lítla, sum onkur enn hevði. Og tað var ikki sjáldan, at hesir ræðuleikar vórðu framdir av fólki, sum sjálv høvdu nokk av mati, men bara vildu leggja meira inn undir seg.

Í túsundatali doyðu í hungri og av pesti. Tað var eins og fólkongarnatúrligarkensluráttu. Hjúnafelagirrænduhvørfráøðrum. Børn tókumatinút av munninumhjásínumgomluforeldrum. Profetsinsspurningur: ”Mann kvinnagloymabróstabarnsítt?” fannsítt svar innanmúrarnar í hesumlagnuraktabýi. ”Eymhjartaðarkvinnurkókaðusjálvar børn síni, sum tær høvdu til føði, táiðdóttirfólksmínsgekk til grundar.”27Núgekktann 1400 áragamlispádómurinút: ”Tann, av kvinnumtínum, sum fínast og mest vandin er — hon, iðaldrinbeyð til at stígafótin á jørðina, so vandin og fín er hon — men hon skal hyggjaviðóndumeygum á mannin í favnisínum og son sín og dóttirsína, og ikkiunnateimumeftirburðin, iðfráhennigongur, ellabørnini, iðhoneigur; tíviðtað at hennifattast alt, eturhonteysjálv í loynd; í slíkaneyð og trongd skalt tú koma í av fíggindumtínum í øllumbýum tínum.”28

Teir rómversku yvirmenninir royndu at ræða jødarmar til at yvirgeva seg. Teir, sum gjørdu mótstøðu, táið teir vórðu tiknir til fanga, vórðu pískaðir, píndir og krossfestir við býarmúrin og út á Golgata. Hvønn dag máttu í hundraðtali bøta við lívinum. Hesar ræðuligu skemdargerðirnar hildu fram til reistir vóru so nógvir krossar í Jósafatsdali og út á Golgata, at tað næstan ikki var gangandi ímillum allar krossarnar. Hetta var tann ræðuliga uppfyllingin av tí syndarliga dóminum, sum tey høvdu sagt yvir seg sjálvan, táið tey framman fyri Pilatusi róptu: ”Lat blóð hansara koma yvir okkum og børn okkara.”29

Titus vildi heldur enn fegin havt endað ræðuleikarnar og spart býin frá fullari oyðing. Tá hann sá deyðu kropparnar liggja í rúgvum oman eftir líðini, nøtraðist hann við. Á Oljufjallinum stóð hann rúnarbundin og stardi oman at tí prýðiliga templinum, og gav tá boðini, at ikki ein steinur skuldi nertast. Áðrenn hann royndi at taka hervirkið, gav hann eisini eina innilig áheitan til leiðarar jødanna um ikki at noyða seg til at dálka hettar heilaga stað við blóði. Um teir vildu møta honum til bardaga á einum øðrum plássi, so skuldi eingin úr Rom vanæra heilaga templi.

Eisini Josefus (søgufrøðingur, útlendisjødi) bønaði jødarnar um at yvirgeva seg fyri at bjarga sær sjálvum og býnum við halgidóminum. Men hann varð bara beiskliga bannaður upp og niður. Ímeðan hann eina síðstu ferð royndi at sissa teir, vórðu ørvar skotnir ímóti honum. Jødarnir høvdu vrakað ta inniligu áheitanina frá Soni Guds. Allar royndir at yvirtala gjørdu teir bara meira avgjørdar til at gera mótstøðu til síðsta blóðsdropan. Alt tað, sum Titus fekk í lag til at bjarga templinum, miseydnaðist. Ein, sum er størri enn hann, hevði sagt: at ikki skuldi liggja steinur eftir á steini.

Blinda øðin hjá leiðarum jødanna og ótespiligu brotsverkini, sum framd vórðu inni í kringsetta býnum, harmaði romverjarnar, sum vamlaðust við allar ræðuleikarnar. Og at enda stormaði Titus templið, men hann vildi samstundis verja tað ímóti at verða oyðilagt. Men tað harraboðið var ikki aktað. Táið hann um kvøldi tók seg aftur at fara inn í sítt legutelt, komu jødarnir út av templinum og lupu á hermenninar uttanfyri. Í hesum ógvusliga bardaganum skjeyt ein soldátur ein logandi kyndil ígjøgnum eitt op í tempulportrinum. Og skjótt stóðu sederklæddu tilbygningarnir í ljósum loga.

Titus skundaði sær nú við yvirmonnum og hermonnum til staðið, og bað teir sløkkja eldin. Men teir aktaðu ikki. Í villari øði blakaðu hermenninir enn fleiri kyndlar inn í rúmini í templinum og drópu nógv fólk sohvørt, sum goymdu seg har. Blóðið fleyt oman eftir tempultrappunum. Í túsundavís av jødum lótu lív. Ígjøgnum allan gangin frá bardagunum kom rópið: »Ikabod!« — dýrdin er farin!

Tað var ógjørligt hjá Titusi at tálma sínar hermenn. Saman við sínum nærmastu yvirmonnum fór hann til templið, at skoða tann heilaga bygningin innanífrá. Tað, sum teir sóðu, fylti teir við undran. Eldurin var ikki enn komin fram til sjálvan halgidómin, og hann gjørdi tá eina síðstu roynd at bjarga honum. Hann rann framm og orðnaði hermonnunum enn einaferð at sløkkja eldin. Høvuðsmaðurin, Liberalis, lyfti upp sín kommandostav og royndi at noyða teir til at akta ordran. Men eisini virðingin fyri keisaranum mátti víkja fyri ógvusliga fíggindaskapinum, ið ráddi saman við gramleika at vinna sær herfong.

Hermenninir sóu alt kring seg glitra av gulli í tí óhugnaliga logaljósinum. Teir hildu ovurstórar skattir vera í halgidóminum. Ímeðan eingin annar sá tað, setti ein av teimum ein logandi kyndil inn ímillum hongslini á hurðini og eina løtu eftir stóð alt í ljósum loga. Roykurin og sjálvur eldurin noyddi yvirmenninar til at flyta seg nakað burtur frá og hesin stórsligni vakri bygningurin var tá latin upp til sína lagnu.

Fyri romverjarnar var tað ein øgiliga grimm sjón. Og hvussu mundi hon tá ikki tað vera fyri jødarnar? Høvdin yvir býnum lýsti sum eitt gosfjall í útbroti. Við óhugnaligum hvøllum brestum fall ein bygningur fyri og annar eftir í hesum eldhavinum.

Tøkini av sedisviði stóðu í ljósum loga. Gyltu spírini lýstu reyðgløðandi upp móti himli og frá portrunum reistu stórar súlur seg av eldi og royki. Heyggjarnir nærindis vóru fult upplýstir og bólkar sóust standa og hyggja at oyðingini í panikki og ráðaloysi. Á múrunum og á heyggjunum í ovara parti av býnum stóðu fólk trunkaði saman. Nøkur vóru líkbleik í hjálparsloysi og onnur meirihevndarhugað. Rópini frá romversku soldátunum, sum runnu aftur og fram og skríggj frá uppreistrarmonnum, sum doyðu í eldinum, hoyrdust samanblandaði við brølandi brakandi eldin við hvøllum ljóðum frá stórviði, sum avbrendur datt niður. Fjøllini ekkóaðu av eymkan og skríggjum úr fjøldunum standandi á múrunum og á hæddunum. Fólk á deyðastrá av svongd savnaðu sínar síðstu kreftir til eitt óhugnaliga ússaligt vónleyst róp.

Hópdrápini inni í býnum vóru enn ræðuligari enn uttanfyri. Menn, kvinnur, ung og gomul, uppreistrafólk og prestar, tey sum bardust og tey, sum bønaðu um miskunn, vórðu øll uttan mun høgd niður. Talið av dripnum var hægri enn talið av teimum, sum útintu drápini. Hesir romversku hermenn vórðu noyddir til at grulva upp um rúgvir av líkum fyri at koma framat til at fullføra oyðingarverkini.30

Táið templið var oytt, gekk skjótt, at allur býurin kom á romverjanna hendur. Jødisku leiðararnir rýmdu úr hesum annars ósigrandi verndarvirkjum og táið Titus kom fram á tey, vóru tey mannleys. Í stórari undran gløddi hann at teimum og segði, at tað var Gud sum hevði latið tey upp í hendur sínar, tí eingin krígsmaskina, hvussu ’góð’ hon enn var, kundi gera nakað við hesi veldigu verndarvirkir. Bæði býurin og templið vórðu javnað við jørðina og grundin, har templið stóð, var pløtt ”sum ein akur.”31Í undantaksstøðuni áðrenn og undir hópmorðunum síðani, doyðu yvir ein millión menniskjur. Tey eftirlivandi vórðu seld sum trælir ella drigin til Rom at vísa fram á sigursferðini. Onnur vórðu blakað fyri vill djór á amfi-leikvøllum ella spjaddust tey runt um í heiminum.

Jødarnir høvdu sjálvir smíðja sínar leinkjur. Teir høvdu sjálvir fylt sítt hevndarbikar. Fulla oyðingin rakti alla tjóðina og vanlukkurnar av sundurspjaðingini, var bara fruktin av tí, sum teir sjálvir høvdu sáað. Profeturin hevði sagt: ”Táið vanlukkan kemur, Ísrael, hvør skal tá hjálpa tær?” . . . ”Tú ert fallin við misbroti tínum.”32 Líðingarnar hjá teimum verða mangan lýstar sum ein revsing, ið Gud hevði avgjørt. Á hendan hátt roynir hin stóri lygnarin at goyma egna verk sítt. Við at vraka náði og kærleika Guds, vórðu tey sjálv orsøkin til, at verja Guds varð tikin burtur og at Satan tí kundi hóreiggja sær við teimum, júst sum hann sjálvur vildi. Teir ræðuleikarnir, sum hendu í Jerusalem, vísa hvussu Satan letur hevndartostan ganga út yvir tey, sum geva seg í vald hansara.

Lagna Jerusalems og Harrans dagur
Vit fata ikki hvussu nógv vit skylda Kristusi fyri tann frið og ta verju, sum vit uppliva. Gud heldur tí ónda aftur soleiðis, at mannaættin ikki fullkomiliga skal koma undir Djevulsins harradømi. Tey ólýdnu og tey ótakksomu hava allar grundir til at gleða seg yvir, at Gud heldur óndskapsins oyðingarmátti í hundabandi. Men táið menniskjuni fara yvir um ávíst mark fyri tolsemi hansara, gevst hann við at tálma ávirkan hins ónda.

Gud stendur ikki til reiðar sum ein annar bøðil at fullgera revsing fyri lógarbrotini. Men tey, sum vraka náði hansara, verða latin til egnu lagnu sína. Tey eru noydd til at heysta sum tey hava sáað. Ein og hvør sólstrála við ljósi, sum tey vraka, allar ávaringarnar tey vísa aftur ella bara ikki dáma, ein og hvør vána hugur tey hava og hvørt eitt brot á lóg Guds, er eitt sákorn, sum óumgeingiliga vendur aftur á heystardegi. Táið syndarin áhaldandi gongur ímóti Anda Guds, vil hann at enda rýma frá honum. Tá er eingin eftir at halda óndskapsins øði í skák og eingin verji ímóti hatri og fíggindskapi Satans.

Oyðing Jerusalem (70 e.Kr.) er ein ræðulig ávaring til øll, sum eru líkasæl um náði Guds og standa ímóti kalli hansara. Andstygd Guds til syndina er ongantíð víst greiðari og hin óumgeingiliga revsingin víst týðuligari á tann seka, enn við hesa oyðingina.

Jesu profeti um dómin yvir Jerusalem fer at ganga út enn einaferð. Og oyðingin av Jerusalem gevur bara eitt veikt ánilsi um tað, sum einaferð vil koma. Lagnan, sum kom yvir tann útvalda býin, vísir dómin yvir ein heim, sum hevur vrakað náði Guds og hevur traðka lóg hansara undir fóta. Tað er ein grimm søga um menniskjaliga líðing og neyð, sum heimurin hevur upplivað ígjøgnum øldir við óndskapi og synd. Hjartað gerst sjúkt og tankarnir lammast, táið ein grundar yvir alt hetta.

At menniskjuni hava vrakað myndugleika Harrans, hevur havt ræðuligar avleiðingar. Men framtíðin er enn daprari. Hvussu er fortíðin gingin við uppreistrum og kollveltingum – tá ”hvør skógvur, sum teir vóru í, táið bardagin leikaði í, og hvørt plagg, varð dálkað í blóði”33 – samanborið við ræðslurnar tann dagin, táið Andi Guds verður tikin frá gudloysingunum og ikki longur forðar avleiðingini av óndskapi menniskjunnar og øði Satans. Sum aldrin áður fer heimurin tá at uppliva avleiðingarnar av harradømi Satans.

Eins og tá Jerusalem varð oytt, fer Guds fólk hendan dag at verða bjargað, ”øll, sum standa uppskrivað í bók lívsins.” Kristus hevur sagt, at hann kemur aftur at heinta tey trúføstu. ”Tá skulu tekn Menniskjasonarins vísa seg á himlinum, og øll fólk á jørðini jamra seg, og tey skulu síggja Menniskjasonin koma á himmalsins skýggjum við stórum valdi í dýrd.”

Táið basúnin ljóðar. Skal Hann senda einglar sínar út, og teir skulu savna saman útvaldu hansara frá øllum hornum heimsins, ”frá einum enda himmalsins til hin.”34 Táið Harrin kemur í dýrd síni, skal ”hin lógleysi stíga fram, hann, sum Harrin Jesus skal drepa við anda munns síns.”35 Altso útruddast tey, sum ikki vóru gleðiboðskapi hansara lýðin. Sum tað var við gamla Ísrael, fara gudloysingarnir at oyða sjálvan seg. Tey doyggja orsaka av síni egnu synd. Av tí, at tey hava livað í synd, eru tey komin so fullkomiliga út um alt samspælið við Gud, og natúr teirra er so mikið spilt av tí ónda, at dýrd Harrans er eins og eldur, sum etur tey upp.

Fólk eiga at ansa eftir, at tey ikki forsøma ta kunning, sum orð Krisusar hava til okkum. Soleiðis sum hann ávaraði lærusveinarnar um, at Jerusalem skjótt fór at verða lagt í oyði, og gav teimum eitt tekin, soleiðis at tey kundu flýggja ímeðan tíðin enn var til tess, hevur hann eisini ávarað menniskjuni um ta endaligu oyðingina Harrans dag. Hann hevur givið teknini fyri, at tey skulu vita tað, táið tíðin nærkast, so at øll sum vilja, skulu kunnu flýggja frá tí vreiðidóminum, sum kemur.

Jesus sigur, at ”vísa seg skulu tekn í sól, mána og stjørnum, og at á jørðini skulu menniskjuni fyllast við angist og hjálparloysi.” Tey, sum uppfata ávaringarnar um afturkomuna, skulu ”vita, at hann er nær og stendur fyri durinum.” Vakið tí, ljóðar tilmælið! Tey, sum taka ávaringina í fullum álvara, skulu ikki vera verðandi í myrkri, eins og dagurin skuldi komið óvæntaður yvir tey. Men viðvíkjandi teimum, sum ikki vakja, kemur dagur Harrans ”sum ein tjóvur á nátt.”36

Heimurin er ikki frægari fyrireikaður at taka ímóti boðskapinum á okkara tíð enn jødarnir vóru at móttaka Jesu ávaringar um Jerusalem. Líkamikið nær Harrans dagur kemur, fer hann at koma óvart yvir allar gudloysingar. Ímeðan lívið gongur sína vanligu gongd og fólk eru upptikin við at undirhalda sær, við dagligum arbeiði at forvinna sær til lívsins uppihald; ímeðan átrúnarligir leiðarar erpa sær av framgongdini og góðu upplýsingini í heiminum — verða fólk lullað inn í eina falska verð av tryggleika, og tá kemur undirgangurin knappliga yvir tey líkasælu og gudleysu, eins og tjóvur á midnáttartíð hevur sníkt seg í opið hús. ”Tit vita jú sjálvir gjølla, at dagur Harrans kemur sum tjóvur á nátt: Táið tey siga: »Friður og eingin vandi!« — kemur bráður undirgangur á tey, eins og verkir á barnakonu, og tey skulu als ikki sleppa undan. Men tit brøður eru ikki í myrkri, so dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur. Tit eru jú allir børn ljóssins og børn dagsins; vit hoyra ikki náttini ella myrkrinum til.”37