Bardagin Mikli kapitel 10. Fra side 185tilbage

Trúarveking í Týsklandi

Gátuføra frávera Luthers fekk fólk í Týsklandi at óttast. Allastaðni leitaðu og spurdu tey eftir honum. Alskyns søgur gingu, og nógv hildu, at hann var myrdur. Ikki einans vinir hansara syrgdu, men eisini tey, sum enn ikki høvdu tikið støðu til trúbótina. Nøkur svóru hátíðarligan eið um at hevna deyða hansara.

Frávera Luthers økir spenningin
Leiðarar Roms sóu ræðsluslignir, hvussu illar kenslur høvdu reist seg ímóti teimum. Hóast teir í fyrstuni fegnaðust um, at Luther eftir øllum at døma var deyður, høvdu teir nú bert hug til krógva seg fyri fólksins vreiði. Stúrdu fíggindar Luthers fyri djørvu gerðum hansara, táið hann var millum teirra, so var stúranin ikki minni nú, hann var horvin. Teir, sum í vreiði høvdu roynt at beina fyri djarva trúbótarmanninum, vóru meira óttafullir, nú hann sat sum ein hjálparleysur fangi. Ein segði, at “einasta bjargingin er, at vit allastaðni leita eftir eftir honum, finna hann og lata hann til fólkið, sum rópar eftir honum.”Umboð pávans harmaðust um, hvussu lítlan ans fólk góvu kunngerðini í mun til áhugan fyri lagnu Luthers.

Táið tíðindir bórust, at Luther var í góðum hondum, sissaðitað fólkið hóast hann sat fangi, og nú fagnaðu tey honum enn meira. Skriftirnar vóru lisnar við enn størri eldhuga. Alt fleiri fylktust um hendan djarva mannin, sum hevði stríðst so ójavnan dyst fyri at verja orð Guds. Trúbótin vann støðugt fram og sáðið, sum Luther hevði sátt, sprettiupp allastaðni. Fráveran avrikaði tað, sum nærveran ikki megnaði. Samverkamenn hansara kendu sær nýggja ábyrgd, nú leiðarin ikki var hjástaddur. Við styrktari trúgv og áræði gjørdu teir alt tað teir kundu, fyri at verkið, sum var byrjað so óføra væl, ikki skuldi steðga.

Blomstrandi sveiman - skaðiliga fanatisman
Men Satan spillir ikki tíðina burtur. Hann roynir, sum hann er vanur, hvørja fer at ein rørsla fyri trúbót kemur undan kavi, at lumpa og oyðileggja við at geva fólki onkrar eftirgerðir ístaðinfyri ta sonnu vøruna. Sum tað í fyrstu øldini hjá kristnu kirkjuni vóru falskir messiasar, soleiðis komu eisini falskir profetar í 16. øld.

Nakrir, sum vóru djúpt hugtiknir av rembingunum í átrúnaðarliga heiminum, biltu sær inn, at teir høvdu fingið serligar opinberingar av Himli. Og teir hildu uppá, at teirhøvdu fingið boð frá Gudi um at fullføra trúbótina, sum teir søgdu, at Luther bara í minni mun hevði byrjað.

Í veruleikanum spiltu teir tað, sum hann hevði gjørt. Teir vrakaðu sjálvan grundvøllin í trúbótini - at orð Guds er tann einasta sanna leiðreglan fyri trúnni og útinnan hennara. Ístaðin fyri hesa lýtaleysu leiðregluna, settu teir aðrar inn eftir sínum egnu umskiftiligu kenslum.Við at seta Bíbliuna til viks, tann stóra tevjaran av mistøkum og falsi, var vegurin opin hjá Satani til at taka ræði á øllum hugsunarhátti manna sum honum altíð best hóvar at bera seg at.

Ein av hesum profetum segði, at eingilin Gabriel hevði verið og vegleitt seg. Og ein av næmingunum, sum tók undir við honum, gavst við skúlanum, tí, sum hann segði, Gud hevur sjálvur givið mær vísdómin at greina orð sítt. Onnur við lyndi til fanatismu fóru í parti við teir. Framferðin hjá hesum trábitnu droymarum hevði ikki so lítla øsing við sær. Prædikur Luthers førdu altíð til veking fyri trúbótini millum fólk, og nú vóru ærlig fólk villleidd av ranglæruni hjá hesum nýggju villingar profetum.

Leiðarar hjá hesari trúarrørslunifóru til Wittenberg og løgdu trýst á Melanchton og starvsfelagir hansara. Teir søgdu:“Vit eru sendir av Gudi fyri at læra fólkið. Vit hava í trúnaði havt samrøður við Harran og vita, hvat fer at henda; stutt sagt, vit eru ápostlar og profetar, sum heita á dr. Luther.”

Trúbótarmenninir undraðust og vórðu ørkymlaðir. Slíkt høvdu teir ikki sæð ella hoyrt áður, og teir vistu ikki rættiliga, hvat teir skuldu halda um tað og gera. Melanchthon segði: “Av sonnum er ein óvanligur andi yvir hesum monnum, men hvør er hesin andin? Vit mugu ansa okkum ikki at sløkkja anda Guds, men hinvegin mugu vit ansa okkum, at hetta ikki er andi Satans.”

Fruktirnar av nýggju læruni vístu seg skjótt. Fólk vórðu eggjað at vanrøkja Bíbliuna og helst als ikki at lesa í henni. Í skúlanum var ringt skil. Næmingarnir vanvirdu álagdar reglur, misrøktu skúlaarbeiðið og rýmdu úr skúlanum. Hesir menn, sum hildu seg vera skikkaðar til at blása nýtt lív í trúbótina, vóru um at geva henni mønustingin. Nú endurvunnu katolikkarnir teirra sjálvsálit og søgdu glaðir: “enn eitt síðsta ódnartak, og sigurin er okkara.”

Ampin fær Luther at ressast við
Í Wartburg frætti Luther um óskilið og segði hugtungur:“Eg væntaði altíð, at Satan fór at senda hesa pestina.” Hann gjøgnumskoðaði hesar menn, sum lótust at vera profetar, og sá vandan, sum hótti søk sannleikans. Hvørki ágangur pávans ella keisarans gav so stóra sorg sum hesa, ið hann nú kendi á sær.Fyri játtandi vinir trúbótsins var hin ringasti fíggindin komin. Somu sannleikarnir, sum høvdu veitt honum ugga og gleði, vórðu nú nýttir til at skapa stríð og iva í kirkjuni.

Andi Guds bar Luther longur fram á trúbótsins leið, enn hann sjálvur hevði ætlað sær. Tí tað var ikki ætlanin at koma í hesa støðuna, sum hann nú var í, og heldur ikki hevði hann ætlað, at gera so grundleggjandi broytingar. Hann var bara eitt amboð í hond hins Almáttuga. Kortini nøtraðist hann fyri úrslitinum av verki sínum. Einaferð segði hann: ”Um eg visti, at læra mín skaddi bara eitt menniskja, hvussu ússaligt og ókent tað enn var – men tað kann hon jú ikki, tí hon er sjálvur gleðiboðskapurin – so vildi eg heldur doyð tíggju ferðir enn at nokta at tikið hana aftur.”

Wittenberg, sjálvur miðdepilin í trúbótini, var nú á veg út í lógloysi og átrúnaðarliga fanatismu.Hendan ræðuliga støðan var ikki fruktin av læru Luthers. Men um alt Týskland góvu fíggindar hansara honum skyldina. Beiskur kundi hann spyrja:”Kann trúbótin veruliga fara at enda soleiðis?” Táið hann í sálarstríðinum hevði biðið Gud hjálpa sær, fekk hann aftur frið í sálina og bað: “Hetta verkið er ikki mítt, men títt. Tú fert ikki at loyva tí at verða spilt av pátrúgv og fanatismu.”5 Men hann orkaði ikki at liva við tankanum um, at halda seg burtur í einari slíkari kreppu.

Hann gjørdi nú av at fara til Wittenberg og drálaði ikki við tí vandafullu ferðini, hóast hann var lýstur í bann av keisaranum, sum gav fíggindum hansara fullan rætt til at drepa hann. Eisini var bannað øllum at hjálpa honum ella at hýsa honum. Yvirvøldin hevði eitt strangt eftirlit við øllum vinum hansara. Men hann sá, at verk gleðiboðskapsins var í vanda og fór tí óttaleysur í navni Guds at stríðast fyri sannleikans sak.

Í brævi skrivaði Luther til kurfúrstan, eftir at hava kunnað hann um ætlanina at fara úr Wartburg: ”Tygara hátign skal vita, at eg fari til Wittenberg undir nógv sterkari verju, enn fúrstar og kurfúrstar eru førir fyri at veita.Eg hugsi mær ikki at bøna um tygara hátignar stuðul, og tað er so langt frá mær at biðja um tygara verju, at eg heldur hevði boðið meg sjálvan til tygara verju.Um eg visti, at tygara hátign kundi ella vildi vart meg, so hevði eg alsikki farið til Wittenberg. Tað finst einki svørð, ið fremja kann hesa søk.Gud eina má gera alt sjálvur, uttan medvirkan ella hjálp frá menniskjum. Tann, sum hevur hina sterkastu trúnna, er eisini tann, sum er best fyri at eiga verju hansara.”

Í einum øðrum brævi, ið skrivað varð á leiðini til Wittenberg, legði Luther afturat:”Eg eri til reiðar at taka á meg misnøgd tygara hátignar og alla heimsins vreiði. Eru borgararnir í Wittenberg kanska ikki mítt seyðafylgi? Hevur Gud ikki litið mær teimum til? Og um tað er neyðugt, eigi eg so ikki at geva meg undir deyðan fyri teirra skuld?Eg óttist fyri, at tað skal koma ein ræðuligur uppreistur í Týsklandi, sum Gud fer at revsa tjóð okkara fyri.”

Við varsemi og eyðmýkt, men kortini stinnur og avgjørdur, fór hann undir arbeiðið. Hann segði:“Við orðsins megi, mugu vit reka burtur tað, sum er bygt upp við harðskapi. Eg vil ikki fara fram við valdi ímóti fólki við pátrúgv og vantrúgv . . . Eingin skal noyðast! Frælsi er sjálvur kjarnin í trúnni.”

Stríð Luthers ímóti fanatikarum
Skjótt bórust tíðindir í Wittenberg, at Luther var komin aftur at prædika.Fólk komu úr øllum ættum og kirkjan fyltist á tamb við trokan. Av prædikustólinum talaði Luther við vísdómi og mildleika. Hann kom eisini inn á atburðin hjá teimum, sum við harðskapi høvdu roynt at avtaka messuna.

Hann segði:”Messuofrið er av tí ónda, sum Gud er ímóti. Helst sá eisini eg altargongdina soleiðis broytta, at allur heimurin helt heilaga kvøldmál gleðiboðskapsins.Men kortini eiga vit ikki at noyða nakran til at strika messuofrið, men vit eiga at leggja alt málið í Guds hond.”

Tað er hansara orð og ikki vit, sum skal virka. Og hví tað, spyrja tit kanska? Jú, tí eg haldi hjartaði í hondini eins og leirkerasmiðurin heldur leirinum í sínum hondum. Vit hava rættin til at tala, men ikki rættin til at bera okkum skilaleyst at við sjálvtøku. Latið okkum tala – hitt hoyrir Gudi til. Hvat vinni eg við at nýta vald?Snerktar skortar, gálvandi tungur, reglufesti, eftirgerðir, mannaviðtøkur, kávalæti og lótir. Men hvørki hjartans reinlyndi, trúgv ella kærleiki eru partar av tí. Mangla hesi trý, manglar alt. Hini úrslitini gagna ongum. . . . Við orðinum virkar Gud nógv meira enn vit og allur máttur heimsins samanlagt er førur fyri. Gud vinnur hjartað, og táið tað er vunnið, er alt vunnið.

”Eg vil tala, práta og skriva, men eg vil ongan noyða, tí trúgvin er sjálvboðin.Hygg, hvat eg havi gjørt. Eg steig fram ímóti pávanum, ímóti avlátsbrøvunum og ávísum katolikkum, men uttan harðskap og ófrið.Eg legði fram orð Guds, eg prædikaði og eg skrivaði – tað var alt, sum eg gjørdi.Og kortini hevur orðið, ið eg prædikaði, sigrað á pávaveldinum, meðan eg svav, og hvørki fúrstarnir ella keisarin megnaðu at veita tí størri skaða. Og tó gjørdi eg einki; Orðið eina gjørdi alt.Um eg vildi fáa hjálp frá einum veldi jarðarinnar, hevði týsk mold svomið í blóði.Men hvat hevði úrslitið verið? Undirgangur og oyðing fyri likam og sál. Tí helt eg meg í friði, og lat tað yvir til orðið eina at fara út um heimin.”

Dag um dag í eina heila viku prædikaði Luther fyri áhugaðum skarum. Guds Orð beindi burtur gandin frá tí víðgongdu øsingini.Og kraftin í gleðiboðskapinum leiddi tey villleiddu aftur á sannleikans veg.

Luther ynskti ikki at hitta sveimararnar, sum vóru orsøkin til so nógv ilt. Hann visti, at teir vóru í óvjavnvág av ótemjandi ovurhugi, og illa dugdu at skyna á og eisini hildu seg vera upplýstar av Himli – og ikki toldu sær ta minstu mótstøðu, vinaligu hartan ella væl meint ráð.Teir tóku sær sjálvum hægsta myndugleika og kravdu, at øll treytaleyst góvu seg undir krøv teirra.Men táið teir settu uppá at hitta seg, játtaði hann teimum kortini tað, og tað eydnaðist honum tá so dyggiliga at avdúka teir, at hesir falsarar í skundi rýmdu úr Wittenberg.

Trábitniðkyknar aftur
Tað var friðarligt í eina tíð. Men nøkur ár seinni festi aftur í við enn størri øði og ræðuligum úrslitum. Um leiðsluna í hesi rørslu segði Luther: “Hjá teimum er tann heilaga Skriftin einans deyðir bókstavir. Allir rópa teir – Andin! Andin!” Eitt er vist. Eg vil ikki við hagar, sum andi teirra leiðir teir. Gævi tann náðigi Gud bjargar mær frá einari kirkju, har einans halgimenni eru.Eg vil vera hjá teimum ússaligu og sjúku, sum kenna sínar syndir, og kortini úr hjartanum rópa til Guds um hjálp og ugga.”10 Rópa sum Pætur: »Harri bjarga mær!»

Tann virknasti sveimarin, Thomas Münzer, var evnagóður. Og evnir hansara kundu hjálpt honum at avrikað nógv gott, um hann hevði nýtt tey rætt. Men hann hevði ikki lært tær fyrstu grundreglurnar til sanna gudstrúgv.Hann var ørur eftir at broyta heimin og gloymdi eins og allir fanatikarar, at broytingin má byrja við einum sjálvum. Hann strembaði eftir at verða leiðari við ávirkan, og var ikki nøgdur við at vera nummar tvey – sjálvt ikki eftir Luther.

Hann segði, at við at skifta myndugleika pávans út við Skriftina, skapti trúbótarmaðurin einans eitt annað slag av katólskari læru.Hann vildi vera við, at hann sjálvur hevði fingið guddómlig boðum at seta í verk hina sonnu trúbótina. Thomas Münzer segði eisini, at: “tann, sum hevur hendan andan, eigur hina sonnu trúnna, um hann so ongantíð í sínum lívi skuldi fáa Skriftina at síggja.”

Hesir trongskygdu lærarar lótu seg stýra av leysum hugskotum. Teir sóu hvønn tanka og hvørt innskot sum rødd Guds og kendu sær tí ikki hógv.Nakrir brendu Bíbliur ímeðan teir róptu: “Bókstavurin drepur, men andin ger livandi.”

Læra Münzers talaði til trá hins einstaka eftir tí undursama. Hon nøktaði hugmóð teirra og setti egnar tankar yvir Guds orð. Fólk í túsundatali tóku ímóti hesari læruni. Münzers fordømdi alla ta skipaðu almennu gudstænastuna og boðaði frá, at lýdni móti fúrstum var ein roynd at tæna bæði Gudi og Belial.

Fólk vildu loysa seg frá okum pávans og mistu eisini tolið við verðsliga myndugleikanum. Tann kollveltandi læran hjá Münzers, sum hann sjálvur segði váttaða av Gudi, freistaði mongum fólki til at slíta øll bond og geva lystunum og ovurhuginumfríar ræsur. Úrslitið var uppreistur og eitt stríð so ótespiligt, at jørð Týsklands varð rennvát av blóði.

Sálarkvølin, sum tyngdi Luther í Erfurt, plágaði hann nú tvífalt, tí trúbótin varð løgd undir at hava ábyrgdina av hesum. Katólsku fúrstarnir kunngjørdu – og mong tóku undir við teimum –og at uppreisturin var komin av læru Luthers.Hóast ákæran einki grundarlag hevði, so voldi hon Lutheri stóra sorg. At sannleikans søk skuldi vanærast og javnsetast ússaligasta tronskygni, var ov tungt at bera. Uppreistrarleiðslan hataði Luther, sum ikki einans setti seg ímóti læruni hjá teimum og noktaði, at hon kom frá Gudi. Men hann skírdi teir eisini til uppreistrarmenn ímóti borgarliga myndugleika. Sum hevnd skírdu teir hann at vera ein ússaligan hyklara. Tað sá út sum, at hann nú bæði hevði fingið fúrstarnar og fólkið til fíggindar.

Teir pávatrúgvu frøddu seg og spáddu, at trúbótin nú stóð fyri falli. Teir ákærdu Luther fyri júst tær villur, sum hann so íðin sjálvur hevði roynt at rættað. Teir, sum sveimaðu vunnu undirtøku í fólkinum við lygnum um, at teir vóru órættvíst viðfarnir. Og sum tað so ofta er eydnast teimum, sum fóru skeiv, eydnaðist teimum eisini hera at verða sædd sum pínslaváttar. Soleiðis eydnaðist tað teimum, sum av øllum alvi royndu at skaða trúbótina, at verða lovprísaðir sum offur fyri ræðuleikar og kúgan. Tað var eitt Satans verk við tí sama uppreistrarandanum, sum syndafallið í Himlinum var byrjaði við. (Es 14:12-14; Ez 28:12-19; 2 Tess 2:3-4; Op 12:7-12)

Satan tølar menniskjuni og fær tey at kalla syndina í lagi – og at kalla rættvísi Guds fyri synd. Og tað eydnast væl! Hvussu ofta eru ikki fordømingar og briksl at hoyra yvir trúføstu tænarar Guds, tí teir óttaleysir verja sannleikan? Tey, ið tæna órættvísini, verða róst og skýrd sum pínslaváttar, ímeðan tey, sum av røttum áttu at veri heiðrað fyri trúskap ímóti Gudi, standa einsamøll og koma undir illgruna.

Følsk halgan
Falskur gudsótti ger áhaldandi sína villleiðing. Eins og á døgum Luthers, so stígur hann fram í ymiskum líki. Hann vendir sinninum burtur frá orði Guds, og fær fólk til at fylgja sínum egnu innskotum heldur enn at rætta seg eftir lóg Guds. Hetta er ein av snildum Satans fyri at vanæra tað, sum er reint og satt.

Luther vardi óttaleysur gleðiboðskapin ímóti álopum frá øllum síðum. Orð Guds vísti seg at vera eitt máttmikið vápn. Við tí fór hann í stríð ímóti sjálvkravda myndugleika pávans og tí skolastisku og vitrunnu heimspekini. Samstundis stóð hann sum ein klettur ímóti sveimarum, sum royndu at tvinna seg inn í trúbótina.

Allar hesar rørslur høvdu tað í felag, at tær settu hina heilagu Skriftina til viks og mannavísdóm hægri enn Guds sannleiks og kunnskaparkeldu. Slík rationalisma hevur skynsemi sum sín avgud, tí tað er hennara trúareyðkenni.

Romakirkjan, sum sigur pávan eiga innblástur, sum er arvaður í beinari linju aftur til ápostlarnar, og at hesin innblástur, sum er óbroytiligur í allar ævir (semper idem), gevur ríkiligt høvi til at goyma luksus, ólevnað og rotinskap undir heilagleikanum av tí ápostóliska embætinum, pávastólinum.

Íblásturin, sum Münzer og hansara menn søgdu seg hava, stavaði ikki frá reinari keldu, men var sjúkur heilaspuni, sum breyt niður bæði verðsligar og andaligar myndugleikar. Sannur kristindómur játtar orð Guds sum tað størsta skattakamarið fyri andaligan sannleika og tann sanna royndarsteinin fyri allan slíkan innblástur.

Bíbliutýðingin gagnaði trúbótini
Heimkomin til Wartburg fullførdi Luther týðingina av Nýggjatestamenti. Hon varð móttikin við stórari gleði av øllum, sum elskaðu sannleikan, men hon var móttikin við vanvirðing av teimum, sum heldur lurtaðu eftir siðvenjum og mannaboðum.

Prestar stúrdu fyri, at vanlig fólk nú vórðu før fyri at skifta orð um læruna í orði Guds. Vandin var stórur fyri, at ókunnleiki teirra varð avdúkaður. Almenna vitanin var máttleys ímóti Andans svørði. Rom spenti seg tí út við øllum sínum myndugleika, fyri at forða Skriftini fyri at breiða seg, men hvørki bannlýsingar ella píningar gjørdu nakran mun. Jú meira Rom fordømdi og bannaði Bíbliuna, jú forvitnari gjørdust fólk eftir at vita, hvat stóð í henni.

Øll, sum dugdu at lesa, kýttu seg at granska orð Guds. Tey lósu hana umaftur og umaftur. Mong dugdu stórar partar uttanat. Táið Luther sá, hvussu glað fólk vóru um Nýggjatestamenti, fór hann beinanvegin í gongd við eisini at týða Gamlatestamenti, sum hann gav út í pørtum, so hvørt sum hann varð liðugur.

Skriftir Luthers fingu góða móttøku. “Tað, sum hann og felagar hansara skrivaðu, bóru aðrir út. Munkar, sum mettu munkalyftið at vera ólógligt og vildu skifta eitt lív í leti um við verulig dagsverk, men vóru alt ov ókunnigir til sjálvir at prædika orðið, fóru ístaðin at ferðast landið runt og vitja bygdir og smáttir, har teir seldu bøkur frá Lutheri og vinum hansara. Brátt uddi við djørvum bókaseljarum um alt Týskland.”

Bæði rík, fátæk, lærd og ólærd lósu hesar bøkur og smárit við stórum áhuga. Á náttartíð lósu skúlalærarar hart í bygdarskúlum fyri smáum bólkum, og fólk savnaðust við heimligu grúgvuna til upplestur.Alla tíðina sannførdust fleiri og fleiri um sannleikan, og táið tey glað høvdu tikið ímóti orðinum, góvu tey tann góða boðskapin víðari.

Hesi innblástu orð vórðu enn einaferð staðfest: “Táið orð tíni verða upplatin, geva tey ljós; tey geva einføldum vit.”

Granskan í Skriftini gjørdi stóra broyting í sál og sinni teirra.Pávadømið hevði lagt eitt tungt ok á fólkið og helt teimum niðri í ókunnleika og eyðmýking.Tey høvdu leingi verið hildin føst í pátrúgv og ytri formum, men í katólsku gudstænastuni átti hjartað og fatanin bara lítlan lut. Boðan Luthers, sum bar fram einføldu sannleikar orðsins, og tað, at Bíblian nú var løgd í hendurnar á vanligum fólki, vakti eina durvandi orku og ikki bara reinsaði og bøtti andaligahugburðin, men styrkti eisini vit teirra.

Fólk úr øllum samfelagsstættum vardu trúbótina við Bíbliuni. Katólska kirkjan, sum hevði latið prestar og munkar granska Bíbliuna sína vegna, kravdi nú, at teir skuldu stíga fram og reka aftur hesa nýggju læruna. Men teir, sum vóru líka óvitandi um megi Guds sum um Skriftina, taptu so dyggiliga hendan dystin ímóti teimum, sum teir skýrdu ólærdar og trúarvilstar.Ein katólskur rithøvundur skrivaði: “Tíverri yvirtalaði Luther sítt viðhaldsfólk til ikki at líta á aðra vísdómskeldu enn hina heilagu Skriftina.”

Stórar fjøldir savnaðust fyri at lurta eftir sannleikunum, sum ólærdir menn løgdu fram, ja, eisini fyri at hoyra teirra orðaskiftir við lærdar og orðfimar gudfrøðingar.Skammiligi ókunnleikin varð avdúkaður og úrlatin hjá hesum lærdu frøðingum, tí grundgevingar teirra vórðu riknar aftur við einføldu læruni í Guds orði.Arbeiðsmenn, hermenn, kvinnur, ja sjálvt børn vistu meira úr Bíbliuni enn hesir prestar og lærdu doktarar.

Munurin millum evangeliskar ápostlar umboðandi trúbótina og teir, sum spjaddu katólska pátrúgv, vísti seg ikki minni týðuliga hjá teimum lesandi enn hjá javna fólkinum. “Ímóti hinum gomlu oddamonnunum í prestaveldinum, sum fóru lætt um at granska mál og bókmentir, . . . stóðu nú hábærir ungir menn, sum ídnir lósu og granskaðu Skriftina og vóru væl kunnugir við gomlu meistaraverkini.Hesir evnaríku unglingar við óttaleysum hjørtum, ognaðu sær skjótt eina slíka vitan, at aðrir í drúgva tíð ikki stóðu teimum kurl. Tá hesir ungu verjar trúbótarinnar hittu teir lærdu katólsku doktararnar á fundi, lupu teir á hesar við slíkum lættleika og tryggleika, at hesir í Bíbliuni fákunnigu katólsku menn gjørdust púra ørkymlaðir, ja í ørviti, og fingu tá ta vanvirðing, sum teir høvdu uppiborið.”

Táið katólsku prestarnir sóu samkomur teirra minka og minka, bóðu teir myndugleikarnar um hjálpa sær. Við øllum tøkum miðlum royndu teir at vinna fólkið aftur.Men í nýggju læruni hevði fólk funnið tað, sum hjørtuni tráaðu eftir. Fólkið vendi sær tí frá teimum, sum so leingi lítið annað høvdu givið teimum enn virðisleys øgn, so sum pátrúgv og siðvenju.

Tá hesir sannleikans lærarar vórðu jagstraðir fyri verk síni, mintust teir orð Jesusar: “Táið tey nú liggja eftir tykkum í einum býi, so flýggið til ein annan!”16Ljós trongdi seg inn allastaðni. Við skiftandi millumbilivórðu dyr lætnar upp, har blíð fólk tóku ímóti teimum - og har prædikaðu teir Kristus. Viðhvørt varð tað gjørt í kirkjuni, men um tað varð teimumnoktað, prædikaðu teir inni hjá fólki ella undir opnum himli. Sannleikans orð varð boðað við slíkari megi og sannføring,at ikki stóðst ímóti.

Til fánýtis varð heitt á andaligu og verðsligu yvirvøldina fyri at knúsa tey trúarvilstu. Men hvørki fongsul, píning, eldur ella svørð basti vitnisburðinum um Kristus. Fólk í túsundatali lótu lív fyri trúnna, men trúbótin helt á. Mannajagstraninbirti einans upp undir útbreiðsluni av sannleikans læru, og tann fanatisman, sum Satan royndi at tvinna inn í trúbótina, gjørdi bara munin millum verk hansara og verk Guds enn greiðari og týðuligari sjónligt.