Bardagin Mikli kapitel 11. Fra side 197tilbage

Fyrstu protestantarnir

Ein hin reinasti vitnisburðurin til trúbótina var mótmælið frá kristnu týsku fúrstunum á Ríkisdegnum í Speyer í 1529.Dirvið og trúgvin hjá hesum gudsóttandi monnum vann frælsi fyri hugsan og samvitsku í komandi tíðum. Tað var mótmæli teirra, sum gav nýggju kirkjuni navnið ‘protestantiska’, og grundregla hennara er “sjálv kjarnan í protestantismuni.”

Tróbótin festir røtur
Trúbótin var í eini myrkari og hóttandi tíð. Hóast kunngerðina úr Worms, sum lýsti Luther í bann við forboði at frálæra og sýtti fólkiat taka ímóti læruni, so hevði tollyndi til trúgv higartil verið tað vanliga í Týsklandi. Forsjón Guds helt øllum mátti aftur ímóti sannleikanum.Karl V. vildi helst knúsa trúbótina, men allar royndir miseydnaðust av ytri umstøðum. Aftur og aftur tyktist, at ikki slapst undan, at øll, sum hættaðu sær at tala Roma ímóti, møttu undirgangi. Men í avgerandi løtum kom antin turkiski herurin við eystara mark, Fraklands kongur ella sjálvur pávin og bjóðaði Karl av í kríggj vegna sína øvundsjúku yvir vaksandi vald keisarans. Á hendan hátt fekk trúbótin mitt í stríðum ímillum tjóðirnar frið til at mennast og breiða seg.

At enda steðgaðukatólsku valdsharrarnir stríðnumsínámillum fyri at standa saman ímóti trúbótarmonnunum.Ríkisdagurin í Speyer gav í 1526 øllum londum fult frælsi í trúarviðurskiftum, til ein nýggjurfundur tók aðra avgerð. Men tann sømdin vardi stutt, tí so skjótt sum vandarnir vóru av, kallaði keisarin inn til nýggjan fund í Ríkisdegnum í Speyer í 1529, ætlaður til at knúsa trúarvillingina.Fúrstarnir skuldu á ein friðarligan hátt, um tað bar til, fáast at venda trúbótini bakið. Eydnaðist tað ikki, so var Karl V. til reiðar at taka til vápnini.

Teir pávatrúgvu frøddu seg. Teir møttu talsterkir og krógvaðu ikki sín fíggindskap ímóti trúbótarmonnunum og øllum, sum tóku undir við teimum. Melanchthon segði:”Vit eru heimsins útskot og gólvsóp, men Kristus fer at varða at sínum neyðars fólki og bjarga tí.”

Ríkisdegurin hevur orðaskifti um trúarfrælsi
Bannað var evangelisku fúrstunum, sum vóruá Ríkisdegi, at prædika evangeliið, enntá í sínum egna heimabeitis bústøðum.Men fólkið í Speyer tysti eftir Guds orði. Og hóast forboðið savnaðust tey í túsundatali til gudstænastur, sum hildnar vórðu í bønhúsinum hjá kurfúrstanum av Sakslandi.

Hetta skundaði undir kreppuna. Keisarin kunngjørdi Ríkisdegnum, at av tí, at fundarsamtyktin, sum játtaði trúarfrælsi, voldi so miklan ófrið, kravdi hann hana setta úr gildi. Hendan ráðaríka avgerð keisarans festi í vreiði og ótta hjá teimum evangelisku kristnu , og ein teirra segði: “Enn eina ferð er Kristus givin upp í hendur Pilatusar og Kajfasar!”

Atburður katolikkanna versnaði til harðskap. Ein annar segði: ”Sjálvt turkar eru betri enn lutheranarar, tí teir halda føstudagar, og tað gera lutheranarar ikki. Skulu vit velja ímillum hina heilagu Skrift og kirkjunnar gomlu villingar, so vraka vit heldur Skriftina.”Melanchthon segði: “Hvønn einasta dag blakar Faber onkran nýggjan stein eftir okkum evangelisku.”

Trúarfrælsi var við lóg sett í gildi og tey evangelisku fúrstadømini settu seg hart ímóti, at tey rættindini aftur vórðu skerd. Luther var framvegis lýstur í bann og fekk ikki verið í Speyer, men hann var umboðaður av starvsfeløgum og fúrstum, sum Gud hevði kallað at verja sína søk í hesi vandafullu støðuni. Heiðurligi Fríðrikur av Sakslandi, fyrri verji Luthers, var nú deyður, og bróðurin, Johann hertogi, sum var eftirmaður Fríðriks, hevði tikið væl ímóti trúbótini og vardi íðin og djarvursøk hennara.

Kreppan í Speyer
Prestarnir kravdu, at tey fúrstadømini, sum høvdu tikið trúbótina til sín, treytaleyst skuldu geva seg undir Rom. Men trúbótarmenninir kravdu afturímóti tað trúarfrælsið varðveitt, sum longu var givið teimum við lóg. Teir góðtóku ikki, at Rom aftur skuldi ráða í londunum, sum við stórari gleði høvdu tikið ímóti orði Guds.

At enda var neyðsemjan roynd, at Worms-kunngerðin strangliga skuldi hondhevjast “har trúbótin ikki enn var innførd, og har fólk vóru vikin frá henni. Har skuldi ikki vera loyvt at birta undir nakra nýggja trúbót. Og ikki skuldi vera loyvt at tosa um umstríddar høvuðsspurningar, ella at seta seg ímóti at messa varð hildin. Loyvt var ongum katolikki at taka við læru Luthers.”4 Hetta lógaruppskotið var samtykt á Ríkisdegnum, og var til stóra fragd fyri teir pávaligu.

Varð hendan lógin handhevjað, tá “kundi trúbótin hvørki breiða seg ella fáa nakran týdning, har, sum hon longu hevði fest røtur. Einki talufrælsi. Eingin umvending fór at verða loyvd. Og kravt varð í lógini, at vinir trúbótarinnar straks góvu seg undir hesar avmarkingar og forboð. Tað sá nú út sum, at øll vón heimsinsskuldi sløkkjast.”Ein endurreisn av tí romverska prestaveldinum fór uttan iva at aftur leiða til gamalt misbrúk og óhógv, og brátt kundu teir aftur nýta øll høvir til at bróta niður tað verk, sum longu var illa plágað av fanatismu og ósemju.”

Lagnutími trúarfrælsins
Táið lutherski flokkurin hittist fyri at leggja ráð saman, hugdu teir óttafullir hvør at øðrum og spurdu:“Hvat er at gera?” Veldig úrslit fyri allan heimin vóru nú í váða. “Skuldu leiðarar trúbótarinnar geva seg undir og góðtaka kunngerðina?”Hvussu lítið skuldi ikki til, fyri at trúbótarmenninir í hesari sváru støðuni tóku eina skeiva avgerð og tingaðu seg á skeiva leið?

Hvussu nógvar freistandi umberingar og góðar grundir kundu teir ikki funnið fyri at slaka í treytunum? Bæði luthersku fúrstarnir og øll tey, sum longu høvdu tikið við læruni, fingu tryggjað loyvi til at dyrka sína trúgv.Var tað ikki nóg mikið? Hvørjum vandum sluppu tey ikki undan, um tey góvu eftir? Og hvat stríð fór ein mótstøða ikki at enda við? Hvør visti, hvat framtíðin hevði at bjóða?»Latið okkum taka í oljugreinina frá Rom fyri at lekja sár Týsklands.«Við hesari grundgeving kundu tróbótarmenninir kanska rættvísgjørt seg, um teir valdu eina kós, sum uttan iva skjótt hevði beint fyri søk teirra.

Til alla lukku sóu teir hvaðani grundreglan í kunngerðini var sprottin og teir stóðu stinnir ímóti henni í trúgv. Hvør var grundreglan? Hon var sjávkravdi rættur Roms at kúga samvitskuna og at banna frælsari kunning.

Men fingu ikki bæði fúrstarnir og fólkið rætt til trúarfrælsi? Jú, men sum eina gávu undir serligum treytum, men ikki sum sín rætt. Í øllum øðrum viðurskiftum uttan fyri skipanina, skuldi stóra grundreglan hjá myndugleikanum ráða. Samvitskuni tók eingin tykni av. Fólkið skuldu vera lýði ímóti øllum ósvitaligu boðunum úr Rom.

Varð hetta lógaruppskotið samtykt, hevði trúarfrælsið avmarkað seg til Sakslands, sum longu hevði tikið við nýggju læruni. Tá hevði tað verið lógarbrot hjá øllum øðrum kristnum at játta luthersku trúnna og verði revsað við fongsling og báli. Kundu teir taka undir við avmarkaðum trúarfrælsið? Og tá at skula kunngera, at trúbótin hevði vunnið sítt síðsta viðhaldsfólk? At trúbótin hevði lagt undir seg sín síðsta jarðarteig? Har, sum Rom í løtuni sat á valdinum, skuldu teir ráða í allar ævir?Kundu trúbótarmenn tá siga seg ósekar í, at fólk í hundraðtali og túsundatali vegna hesa lóg máttu lata sítt blóð og missa lívið í katólsku londunum? “Í hesari avgerandi løtuni vildi hetta verðið at svikið søk gleðiboðskapsins og tað kristna frælsið!” Heldur vildu teir “ofra alt, síni ríkir, sínar krúnur og síni lív.”

“Lat okkum vraka hesa løgskipan,” søgdu fúrstarnir. “Har tað snýr seg um samvitskuna, hevur fleirtalið einki vald.” Teir bóru fram, at“vit kunnu takka løgskipanini frá 1526 fyri, at vit enn hava tann friðin, sum valdar í dag. Verður hon avtikin, fer spjaðing og stórar vanlukkur at raka Týskland. Ríkisdagurin hevur ikki heimild til annað, enn at varðveita trúarfrælsið inntil kirkjufundurin aftur er kallaður saman.”6 Ríkið hevur skylduat verja samvitskufrælsið. Har er markið fyri tess myndugleika í trúarspurningi. Tann verðsliga stjórnin, sum roynir at laga seg til ella at noyða fólk til at halda ávísar átrúnarligar siðvenjur, sleppur grundregluni upp á fjall, sum tey protestantisku kristnu so djarvt hava stríðst fyri.

Katolikkarnir royndu at kúga tað, sum teir nevndu “nasadjarvt treiskni”. Fyrst royndu teir at spjaða verjar trúbótarinnar og at sáa ótta millum tey, sum enn ikki opið játtaðu sína luthersku trúgv. Seinni vóru umboð fyri frælsar býir kallaði til fundar í Ríkisdegnum og biðin um at siga, um tey góðtóku treytirnar í uppskotinum.

Tey bóðu um tíð at ráðføra seg, men tað var noktað teimum. Táið tey vóru noydd til at svara, tók næstan helvtin undir við trúbótarmonnunum. Hesi, sum noktaðu at ofra sína samvitsku og rættin til at siga sína hugsan, vistu væl, at tey við hesum settu seg sjálv í vanda fyri atfinningum, fordøming og jagstran, men ein av teimum segði: “Vit mugu antin avnokta Guds orð – ella lata okkum brenna.”

Ferdinand kongur, sum umboðaði keisaran á Ríkisdegnum, sá, at skipanin fór at føra til ein álvarsaman skilnað, um fúrstarnir ikki tóku undir við henni. Tí royndi hann av øllum alvi at sannføra teir við góðum, tí hann visti, at valdsnýtsla einans styrkti teir í avgerðini. Hann heitti inniliga á fúrstarnar um at góðtaka skipanina og vissaði teir um, at hetta fór at gera keisaran sera nøgdan við teir.Hesir trúgvu menn viðurkendu bert ein myndugleika, sum er oman fyri jarðiskar menn. Teir svaraðu róliga: “Vit vilja vera keisaranum lýdnir í øllum, sum vil hjálpa til at varðveita frið og æru Guds.”

At enda segði kongurin við tingið, kurfúrstarnar og við vinir teirra, at kunngerðin nú var um at verða formliga skrivað sum ein keisarlig fyriskipan, og at “tann einasti møguleikin var nú at geva seg undir meirilutan.”

Beint eftir at hava sagt tað fór kongur av fundi uttan at geva viðhaldsfólki trúbótarinnar høvi til at svara. “Tað munaði onki, at ein sendinevnd royndi at koma á tal við kongin í bøn um at fáa hann at koma aftur á fundin. Einasta svarið til hesa áheitanina var: Málið er avgreitt. Tað vantar bert at leggja seg undir.”

Nú vóru menn keisarans sannførdir um, at kristnu fúrstarnir fóru at halda seg til heilagu Skriftina og at síggja hana sum hevjaða yvir allar manngjørdar reglir og treytir. Teir vistu eisini, at allastaðni,har tann grundreglan var góðkend, fór pávaveldið til endans at fella. Men, eins og fólk fyri tíð teirra, bara “høvdu tað sjónliga fyri eygað,” lifraðu og reypaðu tey sær av styrki keisarans og pávans mótvegis tí veiku trúbótini. Um trúbótarmenninir einans høvdu havt fólkið at líta á, vóru teir júst so máttleysir, sum katolikkarnir hildu og vildu hava teir at vera. Men hóast teir vóru fámentir og stríddust ímóti Rom, so høvdu teir sína egnu megi.Teir kærdu “avgerðina í Ríkisdegnum til Guds orð, til keisaran Karl V. og til Jesus Kristus, Kong konganna og Harra harranna.”

Fúrstarnir mótmæla
Táið Ferdinand nú hevði noktað at taka atlit til sannføring teirra, avgjørdu teir ikki at taka fyrilit fyri hansara fráveru, og mótmæltu uttan drál til tjóðskaparráðið. Gjørd var ein hátíðarlig fráboðan, sum varð handað Ríkisdegnum.

Vit mótmæla við hesum fyri Gudi, okkara skapara, verja, sáttarmanni og frelsara, sum á tí eina degi skal vera dómari okkara – og hjá øllum øðrum menniskjum - at vit okkara egna vegna og fólkið okkara ikki á nakran hátt taka undir við fyriskipanini, sum er skotin upp. Hon stríðir ímóti Gudi og heilaga orði hansara. Hon er ímóti samvitsku okkara og ímóti frelsuni av sál okkara.

”Hvussu skuldu vit kunna havt staðfest hesa skipan? Skuldu vit kunna bundið okkum til, at táið tann almáttugi Gud kallar á eitt menniskja til at kenna seg, at vit so skuldu nokta tí at taka ímóti kunnleikanum um Gud?”

Bíblian eina
Eingin annar álítandi kunnleiki er til enn hann, sum samsvarar við Guds orð.Harrin loyvir ikki nakra aðra læru. Hin heilaga Skriftin átti at komið út við greiðari teksti. Í øllum viðurskiftum, sum ein kristin tørvar kunnleika um, er hin heilaga Skriftin løtt at skilja og rekur myrkrið burtur.Við Guds náði hava vit sett okkum fyri, at boða tað reina og sanna orðið, sum tað er skrivað í Gamlatestamenti og í Nýggjatestamenti, uttan at nakað verður lagt aftrat, sum kann stríða ímóti tí. Hetta orð er hin einasti sannleikin.Tað er trygga leiðreglan fyri allari læru og øllum lívi. Tað lýgur ikki og svíkir okkum ongantíð.Tann, sum byggir á hesa grund, kann standa ímóti øllum Helvitis maktum. Øll menniskjalig fáfongd, sum setir seg ímóti henni, skal falla fyri andliti Guds.”

”Hetta er grundin til, at vit vísa tí oki burtur, sum roynt verður at leggja á okkum. Vit vóna, at hansara keisarliga hátign vil fara við okkum sum ein kristin fúrsti, sum elskar Gud meira enn alt annað; og vit eru til reiðar at geva honum og tygum, náðigu harrar, allan tann trúskap og lýdni, sum er okkara rætta og lógliga skylda.”

Hetta vakti stóran ans í Ríkisdegnum. Teir flestu undraðust og skakaðust av reystleikanum í hesum mótmæli. Framtíðin tyktist baldrut og ótrygg. Her var stríð og blóðbað væntandi. Men trúbótarmenninir, sum vóru sannførdir um sítt rættvísa mál, settu álitið á Gud, og “teir vórðu fyltir av dirvi, áræði og støðufesti.”

Aðalreglan í tí víðagitna mótmælinum er sjálvur kjarnin í protestantismuni, tí hon setur seg í andstøðu til tvær menniskjaligar misnýtslur í trúarmálum. Tann fyrra er, at borgarligu myndugleikarnir skulu ikki blandað seg uppí trúarviðurskiftir, og hitt seinna er tilvildarliga vald kirkjunnar. Protestantisma setir Guds orð hægri enn verðsliga myndugleika og myndugleikan í orðinum hægri enn kirkjuna.Hon sigur: “Vit eiga at lýða Gud meira enn menniskju.” (Áp 5:29 ums.) Hon setir Jesu Kristi krúnu hægri enn krúnu Karl’s V. Men hon fer enn longur. Hon heldur uppá grundregluna, at øll mannalæra eigur at laga seg og vera væl skipað eftir vísdóminum í Guds orði.”

Protestantarnir slakaðu ikki í kravinum til frítt at kunna bera fram sína sannføring.Teir vildu ikki bara trúgva og akta, men teir vildu eisini læra onnur, hvat Guds orð sigur.Og teir funnu seg ikki í, at nakar prestur ella dómari hevði rættin til at blanda seg uppí tað. Mótmælið í Speyer var ein hátíðarligur vitnisburður ímóti átrúnaðarligum ótolsemi, og tað stóð fast við, at øll fólk eiga rættin til at dyrka Gud eftir sínari egnu sannføring.

Fráboðanin var nú givin! Hon var prentað inn í minnið á fólki í túsundatali og skrivað í himmalsins bøkur, har, sum einki menniskjaligt vald fær strikað hana.Alt tað evangeliska Týskland viðurkendi hana sum eina orðing fyri trúgv sína. Allastaðni sóu fólk í hesari fráboðan eitt lyfti um eina nýggja og betri tíð. Í Speyer segði ein av fúrstunum við protestantarnar:”Gævi hin Almáttugi, sum hevur givið tykkum náðina til ramliga og óttaleysar at játta tykkara trúgv, vil varðveita tykkum óvikaliga føst til dag ævinleikans.”

Um trúbótin nú eftir ávísa framgongd hevði avgjørt at laga seg eftir trýsti fyri at tryggja sær vælvild heimsins, hevði hon verið ótrúgv bæði ímóti Gudi, sær sjálvari, og tí eisini beint fyri sær sjálvari.Royndirnar hjá hesum hábornu fúrstum er ein læra fyri okkum øll í seinni tíðum. Arbeiðshættir Satans ímóti Gudi og ímótiorðinum eru ikki broyttir. Hann stríðist støðugt ímóti, at Skriftin skal gerast leiðbeiningin í lívinum, eins og hann gjørdi tað í 16. øld.

Í okkara tíð eru vit vilst langa leið frá læruni í Skriftini, og neyðugt er hjá okkum at venda aftur til protestantisku grundregluna:Bíblian og Bíblian eina at vera avgerandi fyri trúgv og skyldir okkara! Satan virkar støðugt og við øllum tøkummiðlum fyri at beina fyri trúarfrælsinum.Tann antikristiliga megin, sum protestantarnir vrakaðu í Speyer, stríðist framvegis fyri at vinna aftur sítt mista vald. Einasta vónin fyri trúbótini í dag, er júst tann sama sum fyrr – tann ævigi trúskapurin ímóti orði Guds, sum eisini vísti seg í hesari fyri trúbótina so avgerandi løtuni.

Bjargaði í evstu løtu
Støðan var hættislig hjá protestantunum, men Gud rætti sína hond út at verja teir. Tað var um hetta mundið, at “Melanchthon í skundi leiddi vin sín Simon Grünæus ígjøgnum gøturnar í Speyer til Ríná. Grünæus undraðist á, hví tað hevði slíkan skund.” Melanchthon svaraði: ”Ein gamal maður, sum eg ikki kendi, men sum sá sera álvarsamur og hátíðarligur út, kom til mín og segði: Um eina løtu sendir Ferdinand rættarvørðin út at handtaka Grünæus!”

Sama dag var Grünæus vorðin argur um eina prædiku hjá Faber, sum var ein av leiðandi katólsku doktarunum við fróðskaparsetrið. Tá hesin hevði talað, hartaði Grünæus hann fyri at hava vart “hesar andstyggiligu villingar.”. . .”Faber lætst at vera líkasælur, men fór beina leið til kongin, og fekk ein úrskurð um at fongsla henda stívrenda lærara úr Heidelberg. Melanchton ivaðist ikki í, at Gud hevði sent ein eingil at ávara seg.

Hann stóð pinnastillur á áarbakkanum við Ríná, til stóráin hevði bjargað vininum yvirum frá teimum, sum jagstraðu hann. “Endiliga”, segði Melanchthon, tá hann sá hann ganga á áarbakkanum hinumegin. “Endiliga” slapp hann úr klørnum á teimum, sum tysta eftir ósekum blóði.Táið Melanchton kom heim fekk hann at vita, at løgreglumenn, sum leitaðu eftir Grünæusi, høvdu kannað hús hansara úr enda í annan.”

Hetta var ikki tað síðsta høgu harrar heimsins sóu til trúbótina. Ferdinand kongur hevði noktað at lurta eftir evangelisku fúrstunum, men teimum var nú játtað at hitta keisaran og hægstu embætismenninar innan stat og kirkju.Í royndini at skapa frið í stríðnum, sum setti friðin í landinum í váða, kallaði Karl V. inn til nýggjan fund í Ríkisdegnum í Augsburg, har hann sjálvur skuldi skipa fyri. Leiðslan í protestantisku rørsluni varð innkallað.

Stórir vandar hóttu trúbótina, men oddamenn hennara settu álitið á Gud, og settu sær fyri at halda fast við gleðiboðskapin. Kurfúrstin av Sakslandi fekk tey ráð, at hann skuldi ikki møta á fundin. Fólk hildu, at ætlan keisarans var at lokka fúrstarnar í eina fellu. “Hevði tað ikki verið at sett alt í váða, at læsa seg inni handan býarins múrar saman við so nógvum fíggindum?”Men aðrir vístu áræði og søgdu: “Latið okkum sýna dirvi fyri at vinna søk Guds!” . . . “Gud er trúfastur! Hann svíkir okkum ikki, segði Luther.”15 Kurfúrstin fór tá við fylginum til Augsburg. Øll vistu væl, hvørjir vandar hóttu hann, og nógv fóru avstað við tungum hjarta. Men Luther, sum fylgdi teimum til Coburg, legði eina nýggja megi í trúgv teirra við at syngja sálmin, sum hann skrivaði á ferðini: “Vár Gud hann er føst og haldgóð borg.”Hesi orðini og tað góða lagið lætti sinnið og fekk allan óttan og stúranina at hvørva.

Kristnu fúrstarnir høvdu avrátt at leggja fram eina skipaða frágreiðing, har sjónarmið teirra við skriftstøðum úr Bíbliuni vóru løgd við fyri Ríkisdagin. Luther, Melanchthon og starvsfelagar høvdu staðið fyri fyrireikingini av hesi trúarjáttan, sum protestantarnir samtyktu sum eina lýsing av trúnni og savnaðust fyri at skriva undir hettar sera týdningarmikla skjalið.

Tað var ein hátíðarlig og trupul løta.Trúbótarmenninir stúrdu fyri at málið fór at fløkjast upp í politikk. Teir vildu ikki, at trúbótin skuldi hava aðra ávirkan enn hana, sum kom úr orði Guds. Táið teir kristnu fúrstarnir ætlaðu at skriva undir trúarjáttanina, legði Melanchthon seg ímillum og segði: ”Tað sømir seg betri at prestar og gudfrøðingar bera hetta fram. Lat okkum goyma myndugleika teirra hábornu til onnur mál.”

Johann av Sakslandi svaraði: “Harrin forbjóði, at tit útiloka meg! Tað er mín fasta avgerð at gera tað, sum rætt er uttan at hugsa um krúnu mína. Kurfúrstahattur mín og hermalínskappin eru mær ikki eins dýrabar sum Jesu Kristi krossur.” Táið hann hevði sagt hetta, skrivaði hann navn sítt undir. Ein annar fúrsti tók pennin og segði: “Um tað skal kosta mær góðs mítt og lívið at játta trúgv mína, so vil eg tað.” Og helt fram:

”Eg vil heldur siga frá mær mínar borgarar og mítt land og fara við stavií hond úr mínum fedranna landi, enn at góðtaka nakra aðra læru enn hesa, sum stendur í okkara trúarjáttan.”16 Slíka trúgv og slíkt dirvi høvdu hesir Guds menn.

Nú kom løtan, táið teir skuldu stíga fram fyri keisaran. Karl sat á trónuni umgirdur av fúrstum og veljarum og tók ímóti protestantisku monnunum. Trúarjáttanin varð lisin fyri fundarfólkinum. Á hesum virðiliga fundi vóru sannleikar gleðiboðskapsins greitt lýstir, og skeivleikar úr læru pávans ávístir.Av røttum er hesin dagur seinni viðurkendur sum “størsti dagur trúbótarinnar og ein av teimum stórfingnastu í søgu kristindómsins og mannaættini.”

Alt hetta hendi fá ár eftir, at munkurin úr Wittenberg einsamallur stóð fyri Ríkisdegnum í Worms. Í hansara stað stóðu nú miklir aðalbornir fúrstar úr øllum ríkinum!

Bannað var Lutheri at vísa seg í Augsburg, men við orðum og bønum var hann tó til staðar. Hann skrivaði: ”Eg er eydnusamur at kunna upplivað hesa løtu, tá Kristus alment verður hevjaður av so hábornum játtarum og einari so víðagitnari samkomu.” Soleiðis gekk orðið í Skriftini út: “Eg skal tala fyri kongum um vitnisburð tín og ikki verða til skammar.”

Paulus talaði til fúrstar og aðrar í Rm, tá hann sat fongslaður fyri gleðiboðskapin. Tað, sum keisarin fyrr bannaði at verða sagt av prædikustólinum, varð nú boðað av krýndum fúrstum og kongum. Tað, sum mong høvdu hildið óhóskandi at tala fyri tænastufólki, lurtaðu nú hægstu menn ríkisins eftir við undran. Kongar og stórmenn lurtaðu at krýndum fúrstum, sum prædikaðu. ”Síðani á døgum ápostlanna hevur ikki størri verk ella stórfingnari trúarjáttan verið,” skrivaði ein rithøvundur.”

”Vit kunnu ikki afturvísa, at alt, sum lutheranarar hava borið fram, er satt,” boðaði ein katólskur biskupur frá. “Kunnu tit við góðum prógvum reka aftur trúarjáttan kursfúrstanna og sameindu teirra?” spurdi ein annar tann katólska dr. Eck, sum svaraði: ”Við skriftum ápostlanna og profetanna – nei!Men við kirkjufedrunum og kirkjufundunum – Ja!” . . . “Eg skilji,” svaraði spyrjarin,”at eftir tygara fatan standa lutheranarar innanfyri Skriftina, og vit standa uttanfyri!”

Nakrir týskir fúrstar tóku við nýggju trúnni. Sjálvur keisarin boðaði frá, at tær protestantisku greinarnar í trúarjáttanini vóru sannar. Hon var nú týdd til mong tungumál og breidd út um alt Evropa. Ætt eftir ætt hevur nú játtað hana sum sína trúgv.

Sterka bønin
Trúgvu tænarar Guds arbeiddu ikki einsamallir. Tá “alheimsins óndu andar og myndugleikar” tóku seg saman ímóti teimum, sveik Harrin ikki fólk sítt. Umeygu teirra høvdu opna seg til tess, vildu tey sæð eins góð prógv fyri guddómligari hjáveru, sum profetar upplivdu í eldri tíðum. Til dømis sum tá tænarin hjá Elisa, sum upplivdi her fíggindans kringseta teir, eftir at hann hevði biðið profetin biðja, og tá bað:”Harri! Opna eygu hansara, so hann sær! Tá læt Harrin upp eygu tænarans”21og hann sá tá at fjallið var fult av eldhestum og eldvognum rundan um Elisa.Á sama hátt vardu einglarnir teir, sum arbeiddu fyri stóru søk trúbótarinnar.

Ein føst grundregla Luthers var hon, at trúbótin ikki skuldi biðja nakað verðsligt vald um at stuðla sær, og heldur ikki skuldu vápn verja hana. Hann frøddist um, at ríkisins fúrstar stuðlaðu gleðiboðskapin, men táið teir vóru sinnaðir at fylkjast í verjusamgongu, bar hann fram: “at læra gleðiboðskapsins skuldi verjast av Gudi eina.Jú minni at fólk løgdu uppí verkið, tess greiðari fór Guds millumgonga at gagna læruni. Øll politisk verjutiltøk, sum skotin vóru upp, sá hann sum avleiðing av einum óvirðiligum ótta og syndafullum misáliti.

Táið máttmiklir fíggindar tóku seg saman at týna ta broyttu trúnna, og svørð í túsundatali vórðu hevjað ímóti henni, skrivaði Luther:

”Satan kýtir seg í sínari øði, gudleysir pávar leggja saman ráð, og vit verða hótt við kríggi.Eggið fólki til at stríðast inniliga fyri Harran í trúgv og bøn, so vinnur Andi Guds á fíggindum okkara, og teir noyðast at binda frið.Størsti tørvur okkara, og týdningarmesta verkið vit útinna, er at biðja! Latið fólk vita, at tey verða freistað við at møta svørðsins egg og øði Satans. Tí eiga tey biðja!”

Táið Luther seinni tosaði um samgonguna, sum protestantisku fúrstarnir umhugsaðu at gera, segði hann, at einasta vápnið, sum nýtast skuldi í hesum stríði, var “svørð Andans!”

Hann skrivaði til kurfúrstan av Sakslandi:”Vit kunnu fyri samvitsku okkara skuld ikki taka undir við uppskotinum at gera eina samgongu. Heldur vil eg doyggja tíggju ferðir, enn at gleðiboðskapur okkara skal føra til, at ein einasti blóðsdropi flýtur. Tað fellur í okkara lut at vera sum lomb, sum skulu slaktast. Vit skulu bera kross Kristusar. Tygara hátign kann vera óttaleysur.Vit skulu við bønum avrika meira enn allir fíggindar okkara við sínum hástóru orðum. Latið fyri alt í verðini ikki hendur tykkara verða dálkaðar av blóði brøðra tykkara. Krevur keisarin okkum inn fyri dómstól, eru vit til reiðar at koma. Tit kunnu ikki verja trúgv okkara. Hon er persónlig. Hvør einstakur má sjálvur taka ábyrgdina og avleiðingarnar av trúgv sínari.”

Úr loynikamarinum til bøn kom megin, sum skakaði heimin við stóru trúbótini. Tænarar Guds stigu við heilagum áliti føtur sínar á hin lovaða Klettin. Meðan stríðið í Augsburg vardi, “gekk eingin dagur, at Luther ikki í minsta lagi nýtti tríggjar tímar í bøn. Hetta hendi eisini í hini bestu tíðini at granska í.” Hann legði hjartað opið fyri Gudi við orðum fullum av tilbiðjan, ótta og vón, sum táið tú tosar við ein vin! ”Eg veit, at tú ert Faðir okkara og Gud,” segði hann, “og at tú vilt spjaða teir, sum jagstra tíni børn, tí tú ert saman við okkum í øllum vanda.Øll henda søkin er tín, og tað er eftir boðum tínum, at vit taka málið upp. Ver tú verji okkara, himmalski Faðir!”

Til Melanchthon, sum fyltur var av ótta, skrivaði Luther: “Náði og friður í Kristi – ja, í Kristi, sigi eg, og ikki í heiminum! Amen. Hatur mítt er stórt til hesa alt ov tungu stúran, sum etur teg upp. Um hendan søkin er órættvís, so far frá henni, men er hon rættvís, hví skuldu vit so gjørt lyfti hansara til skammar, sum biður okkum at sova óttaleys?. . . Kristus svíkir ikki arbeiðið fyri rættvísinum og sannleikanum. Hann livir! Hann ræður! Hvat hava vit tá at óttast?”

Gud hoyrdi rópini frá tænarum sínum. Hann gav fúrstum og prestum náðina og dirvið til at halda fast um sannleikan.Harrin sigur: “Hygg, í Zion leggi eg ein hornastein, útvaldan og dýrabaran. Tann, ið trýr á hann, skal ikki verða til skammar.”27 Teir protestantisku trúbótarmennir bygdu á Kristus, og Helvitis portur fingu ikki takið á teimum.