Bardagin Mikli kapitel 12. Fra side 211tilbage

Trúbótin í Fraklandi

Mótmælið í Speyer og trúarjáttanin í Augsburg bóru boð um sigrar hjá trúbótini í Týsklandi, men eftir teir komu myrk stríðsár. Trúbótin viknaði av innanhýsis ósemjum. Hon var álopin av sterkum fíggindum og sá út til at miseydnast. Fólk í túsundatali váttaðu trúnna við blóðinum. Borgarakríggj brast á, trúbótin varð svikin av egnu leiðslu sínari. Tignarligstu fúrstarnir fullu í hendur keisarans, og vórðu drignir sum fangar úr býi í annan.

Men beint táið tað tyktist sum,at keisarin hevði sigrað, tapti hann. Hann fekk herfongin skryktan úr hondunum og noyddist at góðtaka tær lærur, sum hann hevði sett sær fyri at týna.Hann hevði sett ríkið, skattirnar og lívið inn á at knúsa trúarsvíkjarnar. Men nú sá hann herar sínar leggjast í oyði av bardaga, skattakømrini tømast og hóttandi uppreistur í sínum mongu ríkjum, samstundis við at trúgvin, sum hann úrslitaleyst hevði roynt at steðga, breiddi seg meira og meira.Karl V. bardist ímóti almáttiga Gudi, sum hevði sagt: “Verði ljós!” Men keisarin hevði roynt at varðveita myrkrur. Tann ætlanin brast og nógv eldur fyri tíðina segði hann trónuna frá sær og rýmdi í klostur.

Eins og í Týsklandi komu eisini myrkar tíðir í Sveis. Nøkur økir í landinum tóku undir við trúbótini og onnur tvíhildu um gomlu læruni úr Rom. Hesi seinnu jagstraðu tey, sum tóku ímóti sannleikanum. Og tað gav at enda borgarakríggj. Zwingli og nógv viðhaldsfólk fullu á blóðiga bardagan við Kappel. Oecolampadius, sum fall í fátt av hesi ræðuligu vanlukkuni, doyði sjálvur stutt eftir.Rom sigraði og tóktist mangastaðni at endurvinna tað mista. Men hann, sum øllum ræður, hevði ikki gloymt søk sína og ikki svikið. Hond hansara skuldi fría tey. Í øðrum londum hevði hann aðrarpersónar at leiða trúbótina víðari.

Ein undangongumaður til fronsku trúbótina
Í Fraklandi sást dimmið lætta áðrenn Luther fór at prædika. Ein tann fyrsti at taka ímóti ljósinum var gamli Lefévre, sum varein væl lærdur maður og professari við lærda háskúlan í París – hann var ein bæði erligur og eldhugaður katolikkur. Meðan hann las klassiskar bókmentir, fekk hann áhugan fyri Bíbliuni og fór tá undir bíbliugransking saman við næmingum sínum.

Lefévre var hugtikin av halgimennunum, og hevði tikið á seg at skriva søguna um tey og blóðvitnini við grundarlagi í halgisøgum kirkjunnar.Hetta var eitt stórarbeiði. Hann var longu komin væl í gongd, táið hugskotið kom, at Bíblian kundi veri ein góð hjálp í arbeiðnum, og hann fór tí at granska hana við tí fyri eyga. Her fann hann sanniliga livandi søgur um halgimennir, men ikki av sama slagi sum í romverska álmanakkanum.Ein streymur av himmalskum ljósi fann inn í sinnið. Við undran og stikni vendi hann sær burtur frá sínum egnu verkætlanum og fór av fullum huga at granska Guds orð. Stutt eftir tað gav hann frálæru í dýrabaru sannleikunum, sum hann hevði funnið.

Í 1512, áðrenn Luther og Zwingli fóru undir trúbótararbeiðið, skrivaði Lefévre: “Tað er Gud, sum fyri trúnna veitir okkum fult rættvísi, og sum einans við náðini rættvísger til ævigt lív.”Um loyndardóm frelsunnar segði hann: “Hetta býti kann ikki sigast við orðum. Tann sakleysi verður dømdur, og tann seki leyslatin; tann signaði verður bannaður og hin bannaði signaður. Lívið doyr og hin deyði livir. Dýrdin verður huld í myrkur, og tey, sum einki annað kendu enn órógv, verða latin í dýrd.”

Hann boðaði,at frelsunnar dýrd eina hoyrir Gudi til, men hann boðaði eisini áløgdu skylduna til lýdni.”Ert tú limur í Kristi samkomu, ert tú partur av likami hansara, og tá ert tú eisini fyltur av guddómligum lyndi ... Skiltu menniskjuni hendan framíhjárættin, hvussu reint, sakleyst og heilagt hevði ikki lív teirra tá verðið! Tey høvdu sagt frá sær dýrdina í hesum heimi, táið tey bóru hana saman við innaru dýrdina – sum eygað ikki sær.”

Guillaume Farel
Nakrir av næmingunum lurtaðu eykað hugtiknir eftir orðum Lefévres, og leingi eftir, at rødd hansara tagnaði, hildu teir á at boða sannleikan. Ein teirra var Guillaume Farel. Foreldur hansara vóru Gudi lýðin og aldu hann til at hava fult álit á kirkjuni, og hann kundi siga um seg sjálvan sum Paulus á sinni: “Sum fariseari havi eg livað eftir strangastu trúarreglum í samkomu okkara.”Hann var ágrýtin katolikkur, og brendi eftir at týna øll, sum tordu at tala kirkjuni ímóti. “Eg gríslaði tenn sum ein óður úlvur, táið eg hoyrdi onkran tala ímóti pávanum.”

Hann møddist ikki í tilbiðjan av halgimennum og hevði saman við Lefévre vitjað allar kirkjurnar í París, hildið bønir við altarini og lagt gávur í kistlar til halgimennir.Men hann fann ikki sálarfriðin. Sinnið nívdi hann og sjálvsrevsingin munaði lítið. Orð Lefevres vóru sum ein rødd av Himli.”Frelsan verður givin av náði.” . . . “Tann óseki verður dømdur, og hin seki leyslatin.” . . . "Einans krossur Kristusar kann lata Himmalsins portur upp og lata Helvitis portur aftur.”

Farel tók við gleði ímóti sannleikanum. Eins og Paulus vendi hann sær frá trældómi av mannaorðum til frælsi saman við Guds børnum. ”Ikki sum ein hungurstungin úlvur, men sum eitt blítt og meinaleyst lamb kom eg aftur við hjartanum vendum frá pávanum og ístaðin givið tað til Jesus Kristus.”

Evangeliið vinnur fram
Ímeðan Lefévre helt fram at spjaða ljóstil næmingar, fór Farel at prædika alment við sama ágrýtni í tænastu Kristusar, sum hann áður gjørdi í tænastu pávans. Biskupurin av Meaux, ein tann hægsti í kirkjuni, tók stutt eftir undir við teimum. Aðrir lærdir og dugnaligir lærarar tóku síðani undir og fóru at boða evangeliið. Teir vunnu viðhaldsfólk í øllum stættum frá bóndum til handverkarar og limir í hovinum.Ein av systrunum hjá Frants I. kongi tók eisini við broyttu trúnni. Og kongurin sjálvur og vermóðir hansara tóktust í eina tíð eisini at vera trúbótini vinaliga sinnað, og trúbótarmenn gleddu seg til, at alt Frakland fór at taka við gleðiboðskapinum.

Men vónin brast. Mótburður og jagstran bíðaðieftirfylgjarum Kristusar. Men tað var náðiliga fjalt fyri teimum. Ein friðarlig tíð var við góðari framgongd hjá trúbótini, har tey savnaðu orku innan komandi storm.Biskupurin frá Meaux arbeiddi íðin í sínari sókn við at læra prestar og vanlig fólk. Fákunnigir og siðleysir prestar vórðu settir frá, og har tað bar til, vóru aðrir gudsóttandi lærdir menn settir í teirra stað.

Biskupurinynskti inniliga, at alt fólkið slapp at hoyra Guds orð, og tað ynski skuldi skjótt ganga út. Lefévre tók á seg at týða Nýggja testamenti, og um somu tíð sum týska bíblia Luthers kom út í Wittenberg, kom Nýggja testamenti eisini út á fronskum í Meaux. Biskupurin nýtti hvørt tað einasta høvi til, at sóknarbørn hansara fingu hendur á Nýggja testamenti, sumhanneisini stuðlaðipeningaliga, og skjótt eftir áttu bøndurnir í Meaux ta heilagu Skriftina.

Eins og ein ferðandi, sum er um at doyggja av tosta og heilsar vatnkelduni vælkomnari, tóku hesi menniskju ímóti boðskapinum av Himli. Akursfólk, handverkarar og annað gott fólk fekk aftur stórt áræði í dagliga stríðnum við at tosa um sannleikarnar í Bíbliuni. Heldur enn at fara á ølstovur um kvøldini – fóru teir inn til hvønn annan at lesa orð Guds, at biðja og at lovprísa saman. Sóknirnar broyttust skjótt.

Hóast hetta vóru ólærd fólk, sum stríddust fyri sínum dagliga breyði, varð lív teirra nú merkt av tí hugkveikjandi megini í guddómligu náðini. Við eyðmjúkleika og kærleika sínum vóru tey fyrimyndir fyri, hvat gleðiboðskapurin kann tilvirka í teimum, sum taka ímóti honum í álvara og reinleika.

Ljósið, sum birtist í Meaux, sendi sínar geislar víða út um landið. Hvønn dag vaks talið av umvendum. Fyri eina tíð var øðin í prestastættini hildin í skák av kongi, sum vanvirdi kávalæti teirra, men til endans fekk katólska leiðslan sín vilja. Og tá vórðu bálini kynd.Biskupurinav Meaux fekk valið ímillum bálið og at taka afturíaftur seg læruna, og hann valdi lættastu loysnina. Men hóast leiðarin fall frá, stóð samkoman stinn. Nógv bóru vitnisburðar um sannleikan, ímeðan eldslogarnir sloktu uppeftir kroppinum. Hesi eyðmjúku kristnu vitnaðu við dirvi og trúskapi fyri í túsundatali av fólki, sum í friðartíð annars ikki høvdu hoyrt vitnisburðin talaðan.

Tað vóru eisini onnur enn tey eyðmjúku og fátæku, sum stóðu stinn ímóti líðing og spottan og tordu at vitna um Kristus. Í skrýddum salum á kongaborgum vóru kongaligar sálir, sum mettu sannleikan hægri enn ríkidømi og vald, ja hægri enn lívið. Undir hini kongaligu brynju goymdi seg ein hægri og trúfastari andi enn undir biskupsins skikkju og mitrahúgvu.

Louis de Berquin var av aðalsætt, djarvur og høviskur riddari, væl lisin, við framúr atburði og ólastandi siðalagi.”Hann var,” skrivar ein rithøvundur, “ein íðin stuðul hjá katólsku kirkjuni, og gekk ofta til messu og vanvirdi læru Luthers.”Men táið forsjónin leiddi hann til Bíbliuna, undraðist hann á “ikki at finna romversku lærurnar, men Luthers læru.”6Eftir tað gav hann seg fult og heilt til søk gleðiboðskapsins.

Hann var mettur at vera “tann lærdasti av aðalsmonnum Fraklands.” Evnini, talugávurnar, ókúgandi dirvið, reysta ágrýtnið og ávirkan hansara við hovið ogat hann var ein eygnasteinur hjá kong – gjørdi, at fólk sóu hann sum komandi trúbótarmann landsins.“Berquin hevði verið ein annar Luther,” segði Beza,”um hann í Frants I. hevði funnið sín kurfúrsta.” . . . “Hann er verri enn Luther, róptu katolikkarnir.”7 Fronsku katolikkarnir ræddust hann sera illa. Teir skuldsettu hann fyri at vera trúarvilling og tveittu hann í fongsul, men kongurinslepti honum altíð aftur leysum. Stríðið vardi í fleiri ár. Frantz I. kongur, sum vinglaði millum romakirkjuna og trúbótina, fann seg viðhvørt í ágangi munkanna – men til aðrar tíðir stríddist hann ímóti teimum. Tríggjar ferðir var Berquin fongslaður av myndugleika kirkjunnar og hvørjaferð latin leysur av konginum, sum hámetti hansara flogvit og reina lyndi. Hann noktaði av hesari orsøkiuni atofra hann tilprestastættsins óndskap.

Berquin var ofta ávaraður um vandan, sum hótti hann í Fraklandi. Og sum so mong onnur, var hann eggjaður til at rýma av landinum og finna sær grið aðrastaðni. Tann óttafulli og vingluti Erasmus, sum hóast sín stóra kunnleika ikki hevði rygg til at seta sannleikan hægri enn lív og heiður, skrivaði til Berquin: “Bið um at sleppa til eitt fremmant land sum sendiharri ella far til Týsklands. Tygum kenna Beza og hansara líkar – Hann er eitt ódjór við túsund høvdum, sum sprænir eitur í allar ættir. Fíggindar tygara eru óteljandi. Teir sleppa tær ikki. Hav ikki álit á verndarmonnum kongs. Og avdúka meg undir ongum umstøðum til gudfrøðideildina fyri at hava givið tær hesi ráðini.”

Ágrýtni Berquins vaks við vandanum. Heldur enn at fylgja snildu ráðum Erasmusar, gjørdi hann av at fara enn djarvari til verka.Hann vildi ikki einans verja sannleikan, men eisini leypa á villleiðingar.Skuldsetingar fyri falslæru, sum katolikkarnir bóru um hann, fór hann at venda ímóti teimum sjálvum.Munkarnir, umframt doktararnir á gudfrøðideildini við fróðskaparsetrið í París, vóru av virknastu og beiskastu fíggindum hansara. Og setursdeildin til gudfrøði var tá í tíðini ein hin hægsti kirkjumyndugleikin í landinum. Úr doktararitum valdi hann nú 12 lærugreinar, sum hann alment lýsti “ikki at samsvara við Bíbliuna og at vera villleiðandi,” og hann heitti síðani á kongin um at døma í hesum orðadrátti.

Kongur vildi fegin seta styrki og skynsemi partanna upp ímóti hvørjum øðrum og frøddi seg um at eyðmýkja teir erpnu munkarnar. Hann bað tí katolikkarnar verja søk sína við Bíbliuni til grundarlag. Teir vistu væl, at hetta vápnið gagnaði teimum lítið. Fongsul, píning og bál vóru vápnini, teir dugdu at nýta. Støðan vendi nú á høvdinum, og teir vóru sjálvir um at detta í ta grøv, sum teir høvdu vónað at Berquin datt í. Bilsnir og ovfarnir leitaðu teir sær onnur ráð.

“Júst um hetta mundið hendi tað, at ein Mariumynd brotnaði á einum gøtuhorni.” Tað vakti mikla øsing. Fólk tustu saman á staðnum og vístu sína vreiði og sorg. Eisini kongurin var kensluborðin. Nú høvdu munkarnir eitt gott høvi til at skifta brennidepilin, og teir vóru ikki seinir at fáa sum mest burturúr. “Hetta er úrslit av læruni hjá Berquin,” róptu teir. “Alt skal kollrennast, trúgvin, lógirnar, ja sjálvt trónan - av hesi luthersku samansvørjingini.”

Á bálið
Berquin var aftur fongslaður. Kongurin var ikki í París, og munkarnir kundu tí gera sum teimum lysti. Trúbótarmaðurin var straks drigin fyri rættin, avhoyrdur og dømdur til deyða. Fyri at kongurin ikki enn einaferð skuldi bjarga honum, varð revsingin fullførd sama dag. Á middegi varð Berquin leiddur til avrættingarstaðið. Stór fjøld var savnað og mong undraðust og syrgdu, tí ofrið kom frá eini av bestu og djarvastu aðalsættum Fraklands.Bilsni, vreiði, vanvirðing og beiskasta hatur vóruhvørt um annað í andlitsbrøgdum mannamúgvunnar. Men tankar Berquins vóra aðrastaðni.

Hann kendi einans nærveru Harrans og gav sær ikki far um ússaliga kerruna, sum hann sat í, ella vreiðu andlitini, sum eltu hann til ræðuliga bíðandi deyðan. Hann, sum livir og var deyður, men livir í allar ævir og hevur lyklarnar til deyðsríkið, var við lið hansara. Andlit Berquins lýsti av himmalskum friði. Hann hevði latið seg í fín klæðir og bar “kappa av floyal, troyggju úr silki og damask og har til gyltar buksur.”10Brátt skuldi hann vitna um trúnna í nærveru Kongi konganna og lurtandi Universinum. Einki sorgartekin skuldi myrkja gleði hansara.

Ímeðan fylgið spakuliga flutti seg ígjøgnum tætt stúgvaðu gøturnar, løgdu fólk undrandi til merkis friðin og sigursælu gleðina í útsjóndini á kropsburði hansara. ”Hann líktist einum, sum sat í templinum og hugsaði um heilag viðurskiftir.” . . .

“Við bálið royndi Berquin at siga nøkur orð til mannamúgvuna, men munkarnir, sum óttaðust, hvat tað kundi føra til, skóru í at rópa, ímeðan hermenninir glintraðu við vápnunum. Í hesum gangi druknaði rødd blóðvitnisins. Soleiðis skuldi hægsti bókligi og kirkuligi myndugleikin í mentaða París í 1529 gerast fjøldini vánaliga fyrimyndin í 1793, um hvussu doyggjandi skuldu køvast á avrættingarpallinum fyri síni seinastu orð.”

Berquin kvaldist og likamið kolaðist upp. Deyðsboðini vaktu mikla sorg millum vinir trúbótsins í Fraklandi. Fyrimyndarliga atferð hansara hevði stóran týdning. Nógv vitnaðu: ”Eisini eg eri til reiðar at fara í deyðan við gleði og vissuni um komandi lívið.”

Fareljagstraður og flýggjar
Undir atsóknunum í Meaux mistu trúbótarmenn rættin at prædika og fóru aðrastaðir. Lefévre fór til Týsklands.Farel vendi aftur til føðibýin í Eysturfraklandi og breiddi ljós í heimstaðarøkinum. Fólk høvdu frætt, hvat hendi í Meaux, og mong lurtaðu við áhuga eftir sannleikanum.Eftir stutta tíð avgjørdu myndugleikarnir, at steðga honum og vístu honum úr býnum.Hóast hann ikki fekk arbeitt alment, ferðaðist hann víða og lærdi frá sær inni hjá fólki á fjarskotnum støðum. Hann fann mangan skjól í skógum og í hellum, har hann hevði spælt sum smádrongur. Gud fyrireikaði hann til enn størri royndir. “Vónbrot, jagstran og allar Satans snildir hava verið mær fyri, sum eg eisini var ávaraður um frammanundan,” segði hann. “Einsamallur hevði eg ikki megnað at komið ígjøgnum tað. Men Gud er mín faðir. Hann hevur altíð og fer altíð at geva mær ta styrkina, sum mær tørvar.”

Jagstranin gjørdi eins og tað var á ápostlanna døgum sítt til,“at skunda undir útbreiðsluna av evangeliinum.”15Vístir burtur úr París og úr Meaux “ferðaðust teir í kring og boðaðu gleðiboðskapin.”Soleiðis fann ljósið heilt út til tey fjarskotnastu økini í Fraklandi.

Kalvin verður trúbótarmaður
Gud kallaði framvegis fólk at fremja sína søk. Í París var ein hugsunarsamur stillur unglingi, sum longu hevði sýnt, at hann hevði eitt hvast vit. Men tey gáaðu eins nógv eftir hansara reinu lívsførslu sum tí andaliga hugflognum og sonnu trúgv hansara.Flogvitið og arbeiðssemið gjørdu hann brátt til stoltleika skúlans, og fá ivaðust í, at Jean Kalvin fór at gerast ein av bestu verjum katólsku kirkjunnar. Men hóast teir skolastisku múrarnar og pátrúgvin umgirdu Kalvin, so trongdi ein guddómlig ljósstrála inn í sinnið. Hann hoyrdi við nøtran um ta nýggju læruna og ivaðist ikki í, at trúarsvíkar høvdu uppiborið eldin, sum nógvir teirra eisini endaðu í. Men av tilvild kom hann at standa andlit til andlits við følsku trúnna, og noyddist tá at royna evnini hjá katólsku læruni til at verja seg fyri protestantisku læruni.

Ein frændi Kalvins, sum hevði knýtt seg til trúbótina, kom nú til París. Teir báðir skiftu ofta orð um tað, sum skapti órógv ímillum kristin.”Í øllum heiminum finnast bara tveir átrúnaðir,” segði protestanturin, Olivètan.”Hin eini er tann, sum menniskjuni sjálv hava uppfunnið, og eftir hesum er menniskjan sín egni frelsari við hjálp av hátíðarligum mannagongdumog góðum gerðum. Hin er tann trúgvin, sum er opinberað í Bíbliuni, og lærir menniskjað einans at søkja frelsu við náði Guds.” . . .

”Eg vil ikki hoyra um hesa nýggju læruna!” Brast út úr Kalvini. “Trýrt tú, at eg havi livað í villingum allar mínar dagar?”

Men tað neistraðu eisini tankar í honum, sum hann ikki fekk skúgvað sær undan.Komin í eining á kamarið, hugsaði hann um orð frændans. Hann kendi seg meira og meira sum syndara, og sá seg uttan verju fyri einum heilagum og rættvísum dómara. Halgimenni sum millumliður, góð verk og kirkjuligar mannagongdir, kundu ikki bøta fyri nakra synd. Hann sá bara vónloysisins æviga myrkur. Uttan úrslit royndu doktarar kirkjunnar at lætta um samvistskubit hansara. Uttan úrslit skriftaði hann og revsaði seg sjálvan. Men einki av hesum batti til at fáa frið við Gud.

Ímeðan Kalvin enn stríddi sítt úrslitaleysa stríð, varð hann av tilvild vitni til, at ein trúarvillingur var brendur á báli. Hann fyltist við undran av friðsæla andliti blóðvitnisins. Hóast tær ræðuligastu pínslur og fordøming kirkjunnar, vísti hann trúgv og dirvi, sum hin ungi lesandi pínufult samanbar við sítt egna vónloysi, hóast hann strangliga lýðin fylgdi boðum kirkjunnar. Hann visti, at trúgv teirra trúarvilstu bygdi á Bíbliuna, og hann setti sær tí fyri at granska hana fyri at finna kelduna til gleði teirra.

Í Bíbliuni fann hann Kristus. “Á Faðir!” brast út úr honum. “Hansara offur hevur blíðkað tína vreiði; blóð hansara hevur reinsað meg fyri synd; krossur hansara hevur borið mína bannseting; deyði hansara hevur givið mær fyrigeving.”. . .“Vit hava sjálv funnið uppá nógvar dáragerðir, men tú hevur lagt orð títt framman fyri mær sum kyndil. Tú hevur nomið við mítt hjarta, soleiðis eg fái andstygd fyri øllum vinningi undantikið Jesusi.”

Kalvin varð útlærdur prestur 12 ára gamal, og tá settur sum hjálparprestur í einari lítlari kirkju, krúnrakaður, sum siður var.Hann var ongantíð prestavígdur og gjørdi heldur ikki alt prestaarbeiði, men hann var løntur sum ein limur í prestastættini.

Nú kendi hann á sær, at hann ikki kundi gerast prestur, og fór tá at lesa løgfrøði. Eftir eina tíð gavst hann við tí og valdi ístaðin at halga lívið til evangeliið. Hann drálaði tó við alment at stíga framat tala og læra frá sær. Hann var óttafullur av lyndi og tyngdur av tí stóru ábyrgdini, sum eitt tílíkt arbeiði førdi við sær. Hann nýtti tíðina til at granska. Men at enda gav hann eftir fyri inniligum áheitanum frá vinum sínum. ”Tað er stórfingið,” segði hann, “at eitt menniskja av so ringum uppruna kann hevjast til so stóra tign.”

Kalvin byrjar sítt lívsverk
Stillførur fór Kalvin undir arbeiðið og talaðu orðini vóru sum døggin til turran vøllin. Hann fór úr París og búsettist á bygd, har hann var undir verjuni hjá Marguerite prinsessu, sum elskaði evangeliið og vardi tænarar tess. Kalvin var um tað mundið framvegis ungur, blíður og lítillátin av lyndi.

Hann byrjaði arbeiðið inni hjá fólki. Umgirdur av húsfólki las hann upp úr Bíbliuni og opnaði sannleikar frelsunnar. Tey, sum lurtaðu, bóru hesi góðu tíðindini víðari til onnur. Soleiðis breiddi gleðiboðskapurin seg til grannabygdirnar. Hann fór inn til bæði høg og lág. Hann helt á við arbeiði sínum og legði grundarsteinin til fleiri samkomur, sum óttaleysar fóru at vitna sannleikan víðari.

Fáar mánar seinni var hann aftur í París, við óvanligari øsingímillum lærarar og næmingar. Granskan av fornmálinum hevði leitt nógv til Bíbliuna, og tey flestu, hvørs hjørtu vóru ávirkað av Bíbliuni, skiftu dúgliga orð og talaðu eisini ímóti romakirkjuni. Kalvin var dugnaligur stríðsmaður á vígvøllinum um trúgv, men hann hevði eitt hægri kall enn at kjakast við hesar harðmæltu lærdu menn. Fólk vóru vaknað, og tíðin var búgvin at lata upp sannleikarnar fyri teimum. Ímeðan fróðskaparsetrini góvu afturljóð av gudfrøðiligum orðadráttum, fór Kalvin hús úr húsi, opnaði Bíbliuna fyri fólki, og talaði við tey um Kristus og krossfestingina.

Tað var Guds vilji, at París enn einaferð fekk høvi at móttaka gleðiboðskapin. Lefèvre og Farel vóru burturvístir, men nú var boðskapurin aftur at hoyra hjá øllum stættum í hesum stóra býi. Kongurinmátti taka politisk atlit, men hann hevði ikki enn avgjørt at fara í part við Rom. Marguerite prinsessa krøkti seg í vónina um, at trúbótin fór at sigra í Fraklandi.Hon gjørdi av, at trúgvin skuldi boðast í París. Meðan kongur var burturstaddur, gav hon einum protestantiskum presti boð um at prædika í býarinnar kirkjum.

Táið teir katólsku biskuparnir noktaðu hesum, lat hon ístaðin hurðarnar uppí egnu borg sínari. Ein av salunum var innrættaður til slottskirkju, og kunngjørd varð eindaglig prædika, har øll vóru vælkomin uttan mun til stætt og starv. Hvønn dag savnaðust fólk í túsundatali – aðalsmenn, ríkisumboð, sakførarar, handilsmenn og hondverkarar.Ikki bara slottskirkjan var full, men eisini forstovur, gangir og fleiri salir vóru tætt pakkaðir. Heldur enn at banna hesum samkomunum, gav kongur boð um at opna tvær kirkjur í París. Ongantíð áður hevði orð Guds havt so stóra ávirkan í hesum býnum. Fráhald, skil og ídni avloystu drykkjuskap, stríð og leti.

Men katólska leiðslan var ikki óvirkin. Nú kongurin framvegis ikkivildi steðga gleðiboðskapinum, vendi hon sær til fólkið og nýtti øll svikaráð at leypa ótta á fólk, sum enn vóru fongd av pátrúgv, fordómum og fanatismu. Fólk íParís fylgdu blint hesum følsku hirðum. Í tvey ár var Guds orð frítt prædikað í París. Nógv tóku ímóti, men onnur vrakaðu tað. Frants kongur hevði bertspælt tolin fyri at fremja síni egnu áhugamál. Tað eydnaðist katolikkum aftur at vinna valdið. Kirkjurnar stongdu fyri protestantum og blóðvitnisbálini brunnu.

Kalvin var framvegis í París og fyrireikaði seg til kallið við gransking og bøn. Hann helt eisini fram við at útbreiða ljósið, men at enda komu teir kortini eftir honum. Myndugleikarnir avgjørdu, at hann skuldi á bálið. Hann kendi seg tryggast í býlinum langt burturi frá øðrum, tá nakrir vinir komu í skundi at siga honum, at heryvirmenn nú vóru á veg at taka hann. Í somu løtu dundraðiá hurðina. Eingin tíð var at spilla. Nakrir vinmenn seinkaðu teimum,sum stóu við dyrnar, ímeðan aðrir hjálptu honum at síga seg niður úr einum vindeyga hinumegin býlið. Hann skundaði sær til útjaðaran í býnum og fann skjól í einari kroysu hjá vinmanni, sum var arbeiðsmaður. Hann lat seg í arbeiðsklæðir hansara og fór til rýmingar við haka á økslini.Hann fór suðureftir og fann aftur skjól í einum sjálvstýrisøki hjá Margueritu.19

Her dvøldi hann nakrar mánar og granskaði í friði vardur av máttmiklum vinum. Men hjartað vildi, at hann prædikaði gleðiboðskapin um alt Frakland. Hann fekk ikki bíða. Tá stormurin hæsaði av, fór hann til universitetsbýin Politiers, har nógv longu høvdu tikið við nýggju læruni.Fólk úr øllum stættum lurtaðu við gleði eftir orðum um hitt æviga lívið. – Tað var ikki alment, men kunngjørt heima hjá borgmeistaranum, í íbúðini hjá Kalvin sjálvum og viðhvørt í einum almennum grasagarði. Skjótt vóru so nógvir áhoyrarar, at hann helt tryggast verða, at tey fóru at hittast uttanfyri býin. Tey funnu eitt helli í djúpari gjógv, ella tey hittust undir trøunum og onkumtíð undir nasum út úr homrum og bjørgum. Fólk fóru úr býnum í smáum bólkum og gingu ymsar leiðir út til staðið. Her, langt burturi frá øllum, var Bíblian lisin og greinað. Her hildu protestantar á fyrsta sinni altargang. Nógvir trúboðarar komu seinni úr hesari lítlu samkomuni.

Enn einaferð fór Kalvin til París. Hann hevði ikki mist vónina um, at alt Frakland skuldi taka undir við trúbótini.Men her rendi hann seg næstan bara í læstar dyr. At boða evangeliið merkti beina leiðin á bálið, og at enda fór hann til Týsklands. Valla var hann komin leiðina fram, fyrr enn stormurin aftur brast á. Hevði hann tá verið í Fraklandi, hevði hann uttan iva verði eitt av ofrunum fyri oyðingini.

Jagstran og ágangur
Fronsku trúbótarmenninir, sum vildu, at alt Týskland og Sveis skuldu fylgja trúbótini, avgjørdu at fara í hernað ímóti pátrúgv romakirkjunnar – ein orrusta, sum skuldi vekja alla tjóðina. Á náttartíð vórðu uppsløg, sum gjørdu seg inn á messuna, hongd upp kring landið. Men heldur enn at fremja trúbótina bar hetta djarva, men lítið umhugsaða tiltakið oyðing við sær. Ikki bara upphavsfólkini til átakið, men øll, sum tóku undir við trúbótini í Fraklandi, máttu lýða fyri tað.Katolikkarnir fingu nú ta undanførslu, sum teir leingi høvdu bíða eftir, til tess at knúsa trúbótina, tí hesi vóru nú mett at vera í uppreistri til trúnna og at hótta trygdina í landinum.

Onkur – tað var ongantíð greitt hvør, um tað var ein lítið umhugsin vinur ella ein snildur fíggindi – sum hevði hongt eitt uppslag á hurðinatil kongsins egnu stovu. Kongurin gjørdist ræðslusligin. Hetta uppslagið hevði hørð álop á ymsa pátrúgv, sum fólk í øldir høvdu hávirt. Tað makaleysa og freka dirvi hjá hesum individi, som so ósmæðið hevði sett hesi orðini fram fyri eygu kongs, vakti eina øgiliga vreiði. Í berari undran stóð hann eina løtu tigandi og skalv. Síðani fann øðin hesi orðini: ”Latið øll uttan undantak, sum kunnu mistonkjast fyri lutherismu, handtakast! Eg skal oyða tey øll!”20Terningurin var kastaður. Kongur var farin í part við romakirkjuna.

Farið var alt fyri eitt undir at handtaka allar lutheranarinar í París. Ein fátækur handverkari, sum hevði tikið við broyttu trúnni og plagdi at kalla tey trúgvandi til loyniligar samkomur, varð handtikin. Við hóttanum um alt fyri eitt at vera brendur á báli, um hann ikki aktaði, var hann biðinum at leiða umboðsmenn pávans til allar protestantarnar í býnum.Hann var hjartkiptur av hesum vanæruliga uppskotinum, men óttin vann á honum, og hann valdi at svíkja brøður sínar.

Við altarbreyðinum (hostiuni) fremst,gekk fylgi av prestum, munkum, hermonnum og kongaligi rannsóknarmaðurin, Morin, saman við tí ljódliga og tigandi fylginum ígjøgnum gøturnar, saman við ólukkuliga svíkjaranum. Teir nevndu hettar eina kravgongu til æru fyri “heilaga sakramentið,” og eina revsing fyri ta ærumeiðing, sum protestantar høvdu givið messuni.Men skrúðgongan hevði eisini ætlanir um morð. Táið teir komu til húsini hjá einum lutherana, gjørdi svíkjarin eitt tekn uttan eitt mælt orð. Skrúðgongan steðgaði, nakrir fóru inn í húsini, familjan varð drigin út og løgd í leinkjur. Síðani helt ræðuliga skrúðgongan fram og fann nýggj offur.“Einki hús var spart, stórt ella lítið, heldur ikki studentabústaðirnir . . . Morin fekk allan býin at nøtrast . . . Hetta var yvirgangur frá ræðslustýri.”

Ofrini lótu lív undir herviligari píning. Serlig boð komu eisini um at linka eldin fyri at fáa pínslurnar at vara longri. Men í deyðanum sigraðu tey. Teirra støðufesti var ikki at vika og sinnisfriðurin varðveittur. Jagstrarnir megnaðu ikki at basa teimum og kendu seg tapa. “Avrættingarpallar komu til allar býarpartar í París, og avrættingar vórðu framdar dag um dag. Ætlanin var at ræða trúarvillingar, men tað tænti bara trúbótini uppaftur meira. Fólk í París sóu, hvat slag av fólki tann nýggja trúgvin skapti. Eingin prædikustólur stóð mát við blóðvitnisbálini. Tignargleðin, sum lýsti úr andlitunum hjá hesum menniskjum, táið tey gingu ímóti bálinum, umframt dirviðí týnandi eldslogum og eyðmjúk fyrigeving av illgerðarmonnunum, broytti hugburðin hjá mongum, sum sóu hetta. Taðbroytti vreiði til náði ogbroytti hatur til kærleika – tí tað vísti teimum, hvat gleðiboðskapurin hevði at geva.”

Forfylgingin fær ræðuligar avleiðingar
Ágrýtnir prestar bóru óndar skuldsetingar ímóti protestantum fyri at halda øðina hjá fjøldini á kóki. Protestantar vórðu skuldsettir at myrða katolikkar, at vilja koyra stjórnina frá og fyri ætlanir um at drepa kongin.Men teir vístu ikki til so mikið sum skuggan av prógvi fyri allar hesar skuldsetingar. Men óndu spádómarnir skuldu kortini seinni ganga út - tó undir heilt øðrum umstøðum.

Ræðuleikarnir, sum katolikkar framdu ímóti ósekum protestantum, gjørdust grundarlagið undir tí vreiði, sum øldir seinni førdi til spádda undirgangin hjá kongi, ríkisstjórn og mangum borgara. Men tað kundu katólska skipanin takka sær sjálvari fyri. Tað var ikki trúbótin, men kúganin av henni, sum næstan 300 ár seinni gav so ræðuligar vanlukkur í Fraklandi.

Fólk úr øllum stættum vóru merkt av misáliti og ótta. Í ófriðinum og yvirganginum varð sjónligt, hvussu djúp árin læra Luthers hevði tilførtnógvum monnum, sum stóðu seg væl innan vitan, innan ávirkan og á annan hátt skaraðu framúr í lyndi og evnum. Og knappliga stóðu tey nógvu álitisstørvini ómannað. Handverkarar, prentarar, lærarar, professarar, høvundar og eisini fólk við hovið hvurvu úr fólkameinginum.Í hundraðtali flýggjaðu úr París og rýmdu av egnum vilja úr Fraklandi. Við hesum góvu tey til kennar, at tey vóru trúbótarfólk. Og katolikkarnir vóru ovfarnir, táið teir sóu, hvørjar trúarvillingar teir sjálvir, uttan at vita av tí ella at hava havt illgruna um, i teir høvdu havt ímillum sín. Øði teirra rakti serliga tey av lægri stættum, sum teir fingu hendur á. Fongslini vórðu á tremur, og luftin var myrk av royki frá øllum bálunum.

Frants kongur hevði breggjað sær av at vera undangongumaður og leiðari fyri at endurskapa vísindina í byrjanini av 16. øld. Hann hevði havt stóra frægd av at savna vísindamenn og høvundar úr øllum londum kring seg við hovið.Tolsemið við trúbótini hevði partvíst havt støði í hesum kærleikanum til vísindir og andstygd hansara fyri øllum ókunnleika og pátrúgv munkanna.

Men verji vísindsins var nú vorðin so íðin eftir at týna trúarvillingar, at hann gjørdi eina lóg, sum bannaði at prenta bøkur í Fraklandi.Frants I. er eitt av mongu dømunum um, at vísindalig mentan ikki tryggjar fólkinum ímóti átrúnaðarligum ótollyndi og óndskapi.

Myrkurtyngir tjóðina
Við eitt alment hátíðarhald bant Frakland seg til at týna protestantismuna. Prestarnir kravdu tá, at skemdin ímóti Himlinum við álopinum á messuna skuldi bøtast við blóði, og at kongurin alment vegna fólkið góðkendi hesa ræðuligu ætlanina.

Hetta ræðuliga hátíðarhaldið var 21. januar 1535. Pátrúgvin og halgilótirnar høvdu vakt ótta og hatur um alt landið. Gøturnar í París vóru stúgvandi fullar av fólki, Ein stásilig skrúðgonga skuldi byrja haldið. ”Húsini á leiðini vóru prýdd við syrgisløri.” Framman fyri hvørja hurð hekk ein kyndil til heiðurs fyri “heilaga sakramentinum.”

Áðrenn sólin kom upp fór skrúðgongan frá kongsborgini “við fløggum úr ymsum landslutum og krossinum fremst, og aftaná komu borgarar, tveir og tveir við brennandi kyndli í hondini, síðani tær fýra munkaskipanirnar. Teimum á baki var ein long røð av kendum halgilutum og á rossbaki teir høgu kirkjumenninir, sum glitraðu av gimsteinum og silki.” – Tað var ein stórfingin sjón.

“Biskupurin í París bar altarbreyðið undir einum prýðiligum trónuhimmali, sum fýra av blóðsins prinsum bóru . . . aftanfyri altarbreyðið gekk Frants I., sum hendan dagin ikki bar krúnu ella skikkju.”. . . “Við berum høvdi og eygunum lýtandi niður, sást franski kongurin í sínum angrandi leikluti við logandi kertu í hondini.”

Við hvørt altar boygdi hann seg eyðmjúkur niður – ikki vegna sínar egnu blóðdálkaðu hendur, men sum bót fyri ta ófyrigeviligu syndina, sum nakrir av borgarum hansara høvdu framt, táið teir fordømdu messuna. Honum á baki gekk drotningin og teir hægstu embætismenninir tveir og tveir. Eisini teir bóru brennandi kyndlar.

Hendan dagin talaði kongurin til sínar hægstu embætismenn í stóru biskupaborgini. Við sorgbundnum andlitsbrái og væl valdum orðum harmaðist hann “brotsverkið og gudsspottanina tann sorgfulla og vanæruliga dagin,” sum øll tjóðin hevði verið fyri. Hann heitti á allar sínar trúføstu borgarar um at týna ta deyðiligu trúarvilling, sum hótti við at oyðileggja Frakland. “So satt sum eg eri kongur tykkara,” segði hann, ”um eg visti, at ein av mínum egnu likamslutum var fongdur við hesum rotinskapi, hevði eg biðið tykkum høgt hann av ...” . . .”Og um eg sá eitt av mínum egnu børnum fongt, hevði eg ikki eirað tí. . . . Eg hevði sjálvur tikið tað og ofra tað til Gud.”Tárini kvaldu rødd hansara, og øll sum vóru til staðar róptu: “Vit vilja liva og doyggja fyri hina katólsku trúnna!”

Eitt ræðandi myrkur huldi tjóðina, sum vrakaði sannleikans ljós. Frakland hevði sæð máttin í náði Guds, og fólk í túsundatali vóru drigin at tí guddómliga vakurleikanum í gleðiboðskapinum, men kortini valdu tey myrkrið heldur enn ljósið.Tey søgdu nei takk til ta himmalska gávuna. Tey kallaðu tað ónda gott og tað góða ónt, og tey vórðu offur fyri sínum egna sjálvsviki. Hóast tey nú helst trúðu, at tey tæntu Gudi við at jagstra børnum hansara, kundi hendan trúgvin ikki fríkenna tey. Tað ljósið, sum kundi frelst tey frá svikinum og frá at vanæra sína egnu sál við brotsverkum, høvdu tey av fríum vilja vrakað.

Týningarátak í París
Eitt hátíðarligt lyfti um at týna trúarvillingina varð givið í somu stóru dómkirkjuni, sum “skynsemisgudinnan” (the Goddess of Reason) næstan 300 ár seinni varð krýnd av fólki, sum hevði gloymt hin livandi Gud. Skrúðgongan helt leiðina fram, og umboð Fraklands fóru eftir tí, sum tey høvdu sett sær fyri. ”Við stuttum millumbilum vóru lívtøkupallar settir upp, har ávísir protestantiskir kristnir skuldu brennast livandi. Rískneppi vóru kynd í somu løtuni, at kongur kom til sjóndar, og skrúðgongan steðgaði at hyggja at avrættingini.”

At fara í smálutir við teimum pínslum, hesi kristnu vitni máttu líða, er so skelkandi, at tað letur seg valla gera, men ofrini stóðu stinn . . . Tá eitt teirra varð biðið um at siga frá sær trúnna, svaraði tað: “Eg trúgvi einans tí, ið profetarnir og ápostlarnir í síni tíð boðaðu. Trúgv mín hevur so stórt álit á Gudi, at hon kann standa ímóti øllum helvitis maktum.”

Ferð eftir ferð steðgaði skrúðgongan við píningarstøðini. Og táið hon kom aftur hagar, sum hon var byrjaðá kongsborgini, spjaddist mannamúgvan, og kongur og prestar fóru nú eisini aftur hvør til sítt. Teir, kongurin íroknaður, vóru væl nøgdir við dagsins verk og ynsktu hvørjum øðrum til lukku við tí byrjaða arbeiðnum, sum skuldi halda fram til øll trúarvillingin var týnd.

Friðarinnar gleðiboðskapur í evangeliinum, sum Frakland nú hevði vrakað, var skjótt týnt og avleiðingin varð ræðulig. Tann 21. januar 1793, neyvt 258 ár eftir tann dagin tá Frakland bant seg til at jagstra tey, sum høvdu tikið ímóti trúbótini, gekk ein onnur skrúðgonga við heilt øðrum endamáli ígjøgnum gøturnar í París. “Aftur hesaferð var kongurin miðdepilin. Aftur var ófriður og rópan, aftur hoyrdust krøvini um fleiri offur. Aftur komu lívtøkupallar og aftur endaði dagurin við óhugnaligum avrættingum.

Huguenottar sum offur – Barholomæusnáttina
Ludvig XVI., sum við knýttum nevum bardist ímóti vaktum og bøðlum sínum, varð togaður til stabban. Hann varð hildin niðri við makt til øksin fall og skilti høvdið frá kroppinum, og tað fór rullandi yvir um pallin.”Kongurin varð ikki tað einasta ofrið. Í sama býarpartinum vóru umleið 2800 persónarleiddir til guillotinuna hesar blóðigu dagarnar, tá ræðslustýrið ráddi fyri borgum.

Trúbótin bjóðaði heiminum eina opna Bíbliu, sum upplýsir menniskjuni um lógir og reglugerðir Guds og talar til samvitskuna hjá fólki um at lýða boðini. Gud vísti í stóra kærleika sínum menniskjunum grundleggjandi boðini í himli og segði: “Haldið tey og fylgið teimum! Tí tað skal vera vísdómur tykkara og gløggskygni í eygunum hjá øðrum fólki. Táið tey hoyra um allar hesar skipanirnar, skulu tey siga: “Sanniliga, hettar er eitt skilagott og vitugt fólk, hettar stóra fólkið!”28Nú, táið Frakland hevði noktað at taka ímóti gávuni av Himli, var lógloysisins og oyðingarinnar sáð longu sáað. Tí slapst ikki undan kollveltingini og ræðslustýrinum.

Farel sum trúbøtari
Djarvi og ágrýtni Farel var noyddur til at fara úr heimlandinum, áðrenn jagstranin kom av álvara.Hann leitaði sær skjól í Sveis, har hann samstarvaði við Zwingli og gjørdi sítt til, at trúbótin vann seg fram. Hann búði í Sveis, tað sum var eftir av tíð sínari, men hann royndi alla tíðina eisini at stuðla trúbótini í Fraklandi. Síni fyrstu ár í útlegdini, royndi hann av øllum alvi at breiða út gleðiboðskapin í heimlandinum. Hann prædikaði ofta fyri landsmonnum við landamarkið, har hann við ótroyttiligum nærlagni helt eyga við stríðnum í Fraklandi, og hjálpti vinum sínum við uggandi orðum og góðum ráðum. Aðrir útisetar týddu tær týsku trúbótarskriftirnar til franskt.Saman við fronsku Bíbliuni vóru tær prentaðar og seldar í hópatali av fronskum durasølumonnum (kolportørum). Sølumenninir fingu tær næstan ókeypis, og vinningurin av søluni gav so møguleikan fyri teir at halda fram við arbeiðnum.

Farel byrjaði arbeiðið í Sveis sum skúlalærari.Hann búsettist í fjarskotnari sókn, har øll hansara tíð fór til børnini. Hann gav frálæru í vanligu lærugreinunum, men harumframt lærdi hann tey sannleikarnar úr Bíbliuni, og vónaði eisini at røkka foreldrini umvegis børnini. Nøkur trúðu boðskapi hansara, men prestarnir settu sær fyri at steðga virkseminum, og lokkaðu fólkið, sum var fult av pátrúgv, at venda sær ímóti Farel.”Hetta kann ikki vera læra Kristusar,” hildu teir uppá, “tí hesin boðskapurin førir ikki til frið, men til kríggj.”

Eins og teir fyrstu ápostlarnir flýddi Farel undan jagstran úr býi í bý. Hann var til gongu, hungraði og frysti. Hann var støðugt í lívsvanda. Hann prædikaði á torgum, í kirkjum og viðhvørt av prædikustólinum í dómkirkjuni. Viðhvørt talaði hann fyri tómum sali, og aðrar tíðir var hann avbrotin av rópan og spottan. Meira enn eina ferð var hann við makt skræddur niður av prædikustólinum og næstan bardur í hel.Men hann gavst ikki.Hóast hann ofta var burturvístur, royndi hann ótroyttiliga aftur og aftur. Ein fyri og annar eftir lótu stórir og smáir býir, portur síni upp fyri gleðiboðskapinum, býir,sum fyrr vóru trúgvar katólskar borgir. Tað var skjótt at lítla sóknin, har hann byrjaði arbeiðið, eisini tók við trúbótini. Býirnir Morat og Neuchàtel góvust við katólsku siðvenjunum og ruddaðu avgudamyndirnar út úr kirkjunum.

Farel hevði leingi ynskt at planta protestantiska merkið í Genéve. Vunnu teir hendan býin, gjørdist hann miðdepilin fyri trúbótini í Fraklandi, Sveis og Italia. Við hesum í huga helt hann fram við arbeiðnum, til nógvir býir í grannalagnum vóru vunnir. Síðani fór hann til Genéve saman við einum vini. Hann fekk loyvi at halda tvær prædikur.Prestarnir, sum uttan úrslit høvdu roynt at fáa borgarligu myndugleikarnar at vísa hann burtur, kallaðu hann nú inn fyri eitt kirkjuráð. Teir krógvaðu vápn undir prestakjólunum, tí teir ætlaðu at myrða hann. Uttanfyri hevði ein uppøst fjøld savna seg við gassum og svørðum. Tey vóru fast avgjørd um at taka hann av døgum, um tað eydnaðist honum at sleppa undan prestaráðnum. Men nakrir borgarligir embætismenn og hermenn bjargaðu honum. Tíðliga næsta morgun vórðu hann og vinir hansara sigldir til eitt trygt stað hinumegin vatnið. Soleiðis endaði fyrsta royndin at boða evangeliið í Genéve.

Til næstu royndina var eitt meira eyðmjúkt amboð nýtt. Tað var ein ungur lítillátin maður, sum sjálvt vinir trúbótarinnar væntaðu sær lítið av.Hvat megnaði hesin lítli at gera á einum staði, har Farel var vrakaður?Hvussu kundi ein óttafullur maður við ongum royndum standa seg ímóti stormum, sum teir djarvastu og sterkastu máttu rýma undan? ”Ikki við valdi og ikki við megi, men við mínum anda, sigur Harri herskaranna.” . . .”Tað, sum er veikt fyri heiminum, valdi Gud út fyri at gera tí sterka til skammar.” . . . “Tí Guds dárskapur er vísari enn menniskjuni, og Guds veikleiki er sterkari enn menniskjuni.”

Froment byrjaði sum skúlalærari. Teir sannleikarnar, sum hann lærdi børnini í skúlanum, endurtóku tey heima við hús. Tað førdi við sær, at foreldrini komu í skúlan at læra um Bíbliuna, og sum frá leið fyltist skúlastovan við áhoyrarum.Eintøk av Nýggjatestamenti og smá trúarrit vórðu latin ókeypis og rukku út til mong onnur, sum ikki sjálv tordu at koma fyri at lurta eftir nýggju læruni. Táið ein tíð var liðin, noyddist eisini Froment at flýggja. Men sannleikarnir, sum hann hevði boðað, festu rót í fólksins sinni.Trúbótin var gróðursett, og helt fram at vaksa. Trúboðararnir komu aftur, og tað var teimum at takka, at Genéve gjørdist ein protestantiskur býur.

Kalvin kemur til Genéve
Býurin hevði longu tikið við trúbótini, táið Kalvin eftir drúgva ferð og nógvar umvegar kom til býarportrið. Hann hevði vitjað føðistað sín og var á veg til Basel, táið hann varnaðist, at tann beina leiðin var hersett av hermonnum hjá Karl V. Hann var tí noyddur at fara ein umveg, sum gekkígjøgnum Genéve.

Farel sá leiðslu Guds í hesum. Hóast Genéve hevði tikið við trúbótini, var nógv arbeiði eftir at gera í býnum.Tað er ikki sum samfelag, men sum einstaklingar, at menniskju verða umvend til Gud! Endurføðandi arbeiðið má gerast í hjartanum og samvitskuni við hjálp frá heilaga Andanum.

Hetta kann ikki gerast við felags avgerðum. Gamaní høvdu íbúgvar Genéve’s vrakað myndugleika romakirkjunar, men tey vildu treyðugt siga frá sær lastirnar, sum høvdu blómað undir stýri katólsku kirkjunnar. At fáa reinu grundreglur gleðiboðskapsins í lag og at fyrireika fólkið til virðiliga at taka tann sessin, sum forsjónin tyktist at bjóða teimum, var ikki nøkur løtt uppgáva.

Farel ivaðist ikki í, at hann í Kalvini hevði funnið ein góðan samstarvsfelaga, sum kundi hjálpa sær. Hann bønaði og bað unga trúboðaran steðga á og koma at arbeiða saman við sær í býnum. Kalvin bar seg ræðslusligin undan. Óttafullur og friðsælur sum hann var, nøtraðist hann við tankan um at samstarva við djarva, sjálvstøðuga og viðhvørt heldur ógvusliga fólkið í Genève.

Viknandi heilsan og ynskið um at nýta sína tíð til gransking, fekk Kalvintil heldur at velja særeitt lív í einsemi.Hann helt, at hann við penninum kundi tæna trúbótini best og ynskti tí at finna sær eitt friðarligt stað, har hann kundi granska og síðani við tí skrivaða orðinum geva frálæru og byggja samkomur upp.Men hann fataði hátíðarliga fyrispurning Farels sum eini boð av himli, og tordi tí heldur ikki at siga nei.Hann segði, at “Guds hond rakk niður av himli, og hon hevði tikið í hann og helt honum føstum á tí staði, hann so fegin vildi rýma frá.”

Um tað mundi hóttu stórir vandar protestantiska málið. Bannlýsing pávans kom sum ein torusláttur ímóti Genéve, og máttmiklar tjóðir hóttu við at leggja býin í oyði. Hvussu skuldi hesin lítli býur standa seg ímóti teimum stigskipaðu pretstaveldum, sum so mangan høvdu noytt kongar og keisarar á knøini? Hvussu skuldi hann verja seg ímóti herunum hjá heimsins stórveldum?

Protestantisman átti fíggindar í øllum tí kristna heiminum. Síðani trúbótsins fyrstu smáu sigrar hevði romakirkjan savnað herlið eftir herliðtil at knúsa hana.Um sama mundið sá jesuittaskipanin dagsins ljós. Hendan katólska munkaskipanin var tann eirindaleysasta og máttmiklasta av øllum.Jesuittar loystu seg frá øllum jarðiskum og menniskjaligum viðurskiftum, deyvir fyri natúrligum kærleikstreytum. Og nú skynsemi og samvitska vórðu sett til viks, kendu jesuittar ikki til aðrar reglur og knýttu seg ikki til annað enn sína egnu skipan, og bundu seg til at breiða vald hennara út.

Gleðiboðskapurin gav viðhaldsfólki styrki til at tola líðing, kulda, hungur, stríð og fátækradømi – og at hevja sannleikans merki hátt, hóast hóttanir um fongsling, píning og deyðan á báli. Fyri at berja niður hesar máttir, rótfestu jesuittarnir sínar menn við einari slíkari fanatismu, sum gjørdi teir førar fyri at standa ímóti vandum av hesum og av øllum handa slagi og við øllum svikavápnum at stríðast ímóti sannleikans veldi. Einki brotsverk var ov stórt, einki lokabragd var ov ónt og eingin dularbúni var ov torførur at fara í.Teir høvdu bundið seg til fátækradømi og lítillátni, men tað veruliga málið var at tryggja sær ríkidømi og vald,fyri soleiðis at kunna leggja alla orkuna í at týna protestantismuna og at endurvinna vald pávans.

Sum limir í “Jesu selskapi” vóru teir at síggja til gudsóttandi. Teir vitjaðu fongsul og sjúkrahús, hjálptu sjúkum og fátækum og lótust at siga heimin frá sær. Teir tóku til sín Jesu heilaga navn – hann sum ferðaðist íkring og gjørdi væl.Men undir skræðuni krógvaðu seg ofta hinar mest revsiverdu og deyðiligu ætlanir. Grundreglan í skipanini var, at “málið halgar miðilin.” Eftir hesari grundreglu vóru stuldur, lygn, falskur vitnisburður og morð ikki bara fyrigevilig, men rós verd, um tað bara gagnaði kirkjuni.Í ymsum dularklæðum funnu jesuittar inn á skrivstovur landsins. Teimum eydnaðist at gerast ráðgevar kongs og at luttaka í politiskum avgerðum. Teir lótust at tæna, mentókust við at njósna.Teir stovnaðu studentabústaðir til synir fúrsta og aðalsmanna;gjørdu skúlar til børnini hjá vanligum fólki – og soleiðis vóru børn hjá protestantiskum foreldrum lokkaðiog tilvand katólskar kirkjusiðir. Skart og skreyt, sum er við í katólsku gudstænastuna, var nýtt til at ørkymla sinnið og at lamma hugflogið. Soleiðis varðtað frælsi, sum mammur og páparhava slitið og bløtt fyri, ofrað av teirra egnu synum. Jesuittarnirvóruskjótir úti um alt Evropa og hava av nýggjum kveikt lív í pávadømið.

Fyri at geva jesuittunum størri vald, varð pávabræv sent út, sum aftur setti tann katólska rannsóknarrættin í verk (– Inkvisitiónin, 1231 – Romverska kurian, 1588).Hóast andstygdin fyri hesum rætti var sera stór, eisini í katólsku londunum, var hann settur í verk aftur av katólsku leiðsluni. Tann óndskapur, sum var ov ræðuligur til at tola dagsins ljós, fór nú aftur til verka í loyniligum fangakjallarum.

Í nógvum londum flýggjaðu í túsundatali fløttar til onnur lond. Eisini og ikki minst landsins frægastu, reinastu og tignarligastu, umframt gløggastu og best útbúnu menn - gudrøknir og ágrýtnir prestar, arbeiðssamir og tjóðskaparsinnaðir borgarar, ídnir vísindamenn, gávurík listarfólk, dugnaligir handverkarar og mong mong fleiri rýmdu.

Smátjóðir stuðla trúbótini
Soleiðis arbeiddi romakirkjuni fyri at sløkkja trúbótarljósið, taka Bíbliuna frá fólki og at endurnýggja ókunnleika og pátrúgv miðaldarinnar. Men takka veri Guds signing og tí verki, sum gjørt var av hásintum monnum, sum hann leiddi í fótaspor Luthers, var protestantisman ikki knúst. Hon kundi ikki takka vælvild fúrstanna ella nøkrum heri fyri sína styrki.Minstu londini og fátækastu og veikastu tjóðirnar gjørdust tryggu borgir hennara. Nevnast kann lítli býurin Genéve, sum var umgirdur av máttmiklum fíggindum, sum vildu týna hann; og nevnast kunnu Niðurlondini á sandrivum við Norðsjógvin, sum høvdu harðræði í Spania at stríðast við – tað størsta og ríkasta kongaríki av øllum – og nevnast kann tað kalda Svøríki við kørgum gróðri. Lítlir býir og lítil lond vunnu trúbótini sigrar.

Í næstan 30 ár arbeiddi Kalvin í Genéve – fyrst fyri at stovna eina samkomu, sum helt fast um Bíbliunnar morallæru – seinni fyri at breiða trúbótina út um alt Evropa. Hansara yrkisleið sum almennur leiðari var ikki lýtaleys, og læra hansara heldur ikki, men hann virkaði fyri at breiða út sannleikar av serligum týdningi í sínari tíð, fyri at verja grundreglur protestantismunnar ímóti tí skjótt vaksandi katólsku mótstøðuni og fyri, at fólk í broyttu kirkjunum fingu eina reina og einfalda lívsførslu, ístaðin fyri ta hugmóð og spillu, sum katólska kirkjuskipanin elvdi til.

Úr Genéve fóru lærarar og skriftir viðtrúarbøttu læruni. Jagstraði úr øllum londum fingu undirvísing, góð ráð og uggandi orð úr Genéve. Býurin hjá Kalvin var vorðin frístaður hjá øllum í Vesturevropa, sum flýddu undan tí ræðuliga andaliga illveðrinum í øldir.Svong, sjúk og rænd fyri síni heim og sína familju – øll vórðuvælkomin og fingu røkt í Genéve. Her funnu tey eitt heim. Tey løntu býnum aftur, sum hevði tikið væl ímóti teimum, við dugnaskapi, lærdómi og gudsótta. Nógv, sum leitaðu sær skjól her, vendu seinni aftur til land sítt og stríddust har ímóti harðræði romakirkjunnar. Teirra millum varhin djarvi skotski trúbótarmaðurin John Knox, nógvir enskir puritanarar, teir niðurlendsku og sponsku protestantarnir, umframtteir fronsku huguenottarnir –sum allir bóru sannleikans kyndil úr Genève fyri at spjaða myrkrið í fosturlandi sínum.