Bardagin Mikli kapitel 13. Fra side 237tilbage

Tað lýsir í norðanfyri

Harðræði pávans var mótmælt úr Niðurlondum longu 700 ár fyri tíð Luthers. Saman við sendinevnd fóru tveir biskupar til Rom, har teir óttaleysir bóru ákærir fram ímóti pávanum, tí teir høvdu sæð og roynt ta sonnu muruna hjá “heilaga stólinum.”. . . “Gud hevur tryggjað drotning og brúður síni, kirkjuni, æviga tignargávu og varandi heimafylgu, sum hvørki mølur ella rustur granda og gav henni æviga krúnu og kongastav . . . allar hesar gávur ræna tygum sum tjóvur. Tygum taka bústað í templi Guds. Heldur enn at vera hirði, eru tygum úlvur í seyðafylgi . . .Tygum vilja fegin hava okkum at trúgva tygum, men sýnir tygum í verki til eitt bølmenni.. . .Tygum látast og átti at verið tænari tænaranna, men stremba eftir at vera Harri harranna! . . . Tygum koma orði Guds í ringt orð! . . .Tað er heilagi Andin, sum byggir upp kirkjur um allan heimin. . . . Býur Guds, har vit eru borgarar, røkkur út til øll himlanna økir og er størri enn býurin, nevndur er Bábylon, hin, sum letst at vera guddómligur, og hevjar seg sjálvan til skýggja og reypar av ódeyðiliga vísdómi sínum og ikki minst uttan nakað grundarlag reypar av ongantíð at hava mistikið seg ella nakrantíð at kunna gera tað.”

Sum tíðin leið, stigu onnur fram og endurtóku hesi mótmælir. Hesir fortíðar lærarar, sum ferðaðust um ymisk lond og vóru kendir undir ymsum nøvnum, og andaliga vóru í ætt við valdensisku trúboðararnar. Hvagar teir komu breiddu teir gleðiboðskapin. Teir komu eisini til Niðurlond, og læran breiddi seg skjótt. Valdensiska Bíblian varð týdd til hálendskt. “Hon kom væl við,” søgdu tey. “Har vóru ikki skemtisøgur, ongar gjørdar søgur, einki smáttarí, men einans sannleikans orð. Skorpan í Bíbliuni var í støðum hørð, men lætt var tó at fata mergin og søtleikan í tí, sum gott og heilagt er.”

Jagstranin úr Rom byrjaði, men hóast pínslur og bál, so vaks talið av trúgvandi, og tey stóðu føst við, at Bíblian er einasti lýtaleysi, andaligi myndugleikin, og at “eingin skuldi noyðast til at trúgva nakað, men av fríum vilja taka ímóti boðskapinum.”

Menno Simons – niðurlendskur trúbøtari
Læra Luthers fall í góða jørð í Niðurlondum. Álvarsamir og trúgvandi menn stigu fram og prædikaðu. Ein av teimum var Menno Simons. Hann vaks upp á bygd, og var aldur upp sum romverskur katolikkur og prestvígdur. Men hóast hetta, so var hann ókunnigur við Bíbliuna og tordi ikki at lesa í henni av ótta fyri, at hon skuldi leiða hann til trúarvillur.

Hann fór at ivast í umskapanarlæruni (‘transsubstantiónslæra’ í.s.v. messu), men sá hetta sum eina freisting frá Satan. Hann royndi við bøn og skriftarmáli at fáa hesa rødd í samvitskuniat tagna. Sum tíðin leið fór hann at lesa í Nýggja testamenti. Hann las eisini úr skriftum Luthers, og endaði við at gerast broyttur trúgvandi.Stutt eftir var hann í einum grannabýi vitni til, at ein maður var hálshøgdur, tí hann hevði latið seg endurdoypa. Hetta fekk hannat kanna spurningin um barnadóp í Bíbliuni. Har fann hann onga grundgeving fyri barnadópi, men harafturímóti fann hann allastaðni, at dópurin kravdi iðran og trúgv.

Menno tók seg úr katólsku kirkjuni og vígdi lívið til at siga øðrum frá um teir sannleikar, sum hann hevði funnið í Bíbliuni.Bæði í Týsklandi og Niðurlondum vóru komin víðgongd, sum bardust fyri meiningsleysum trúarsetningum, sum ósømiliga brutu lóg og landaskil, og førdu til harðskap og uppreistur. Menno sá fyri sær ræðuligar fylgjur, sum hesar rørslur kundu føra til. Hann stríddist tí av øllum alvi ímóti hesum følsku lærum og ógvusligu ætlanum.Nógv, sum høvdu latið seg villleiða av víðgongdum, vendu sær aftur burtur frá tí spiltu læruni. Eisini vóru nógv framvegis eftir av teimum gomlu kristnu samkomunum – sum áttu fruktir av læru valdensanna. Ímillum hesi fólkini arbeiddi Menno við góðum úrslitum.

Í 25 ár ferðaðist hann íkring við konu og børnum. Mangan var støðan so ring, at tey komu í lívsvanda. Hann ferðaðist í Niðurlondum og í Norðurtýskland. Hann arbeiddi mest ímillum tey fátæku, men hann fekk ávirkan víða um. Gaman í, so var útbúgving hansara avmarkað, men hann hevði góðar taligávur. Hann var trúfastur, álítandi, eyðmjúkur og blíður. Gudsóttin var hjartaligur og inniligur. Í lívshátti var hann ein fyrimynd um tað hann prædikaði, og fólk fingu álit á honum. Viðhaldsfólkini vórðu seinni spjødd og kúgað, tí tey mangan vórðu samanborin við víðgongdu viðhaldsfólkini hjá Thomas Münzer. Hóast hansara fanatismu, sovórðu nógv umvend undir hansara ávirkan.

Forfylging og blóðvitnir
Trúbótin var mestútbreidd í Niðurlondum og viðhaldsfólkini mest jagstraði. Í Týsklandi hevði Karl V. bannað trúbótini, ogsendi gleðiliga alt viðhaldsfólkið á bálið. Men fúrstarnir reistu seg ímóti harðræðinum.

Í Niðurlondum var valdiðenn størri og teir settu jagstran eftir jagstran í verk. At lesa í Bíbliuni, at lurta ella at prædika úr henni ella bara at taka hana á tungu, var at seta lívið í váða til bálið. Deyðarevsing var eisini fyri at tilbiðja Gud í loynd, at syngja ein sálm ella at nokta fyri at boyggja seg fyri halgimynd. Enntávórðu nøkur dømd, sum avnoktaðu sína trúgv – menn hálshøgdir og kvinnur livandi jarðaðar. Fólk í túsundatali doyðu soleiðis sum blóðvitnir undir stýrunum hjá Karl V. og Philip II.

Einaferð varð ein heil familja leidd til trúardómstólin sum ákærd fyri ikki at koma til messur og ístaðinfyri at hava havt gudstænastur heima.Táiðtann yngsti sonurin varð avhoyrdur um, hvat tað var, sum tey í loyndum gjørdu heima, svaraði hann:”Vit fella á knæ og biðja um, at Gud vil upplýsa sinn okkara og fyrigeva okkum syndir okkara; vit biðja fyri kongi okkara og stýri hansara, og at tey eru lukkulig. Vit biðja fyri okkara myndugleikum, at Gud vil varðveita teir.”

Nakrir dómarar vóru djúpt rørdir, men kortini vórðu pápin og tann elsti sonurin dømdir á bálið. Men trúgv blóðvitnanna stóð mát við øðina hjá illgerðarmonnum teirra. Ikki einans menn, men eisini blíðar kvinnur og ungar gentur vístu ókúgandi dirvi. ”Konur plagdu at standa við bálið hjá manninum, og ímeðan hann píndist av eldinum, teskaðu tær uggandi orð ella sungu ein sálm fyri at geva honum styrki.” Og “ungar gentur løgdu seg livandi í grøvina, sum løgdu tær seg at sova í sovikamarinum, ella tær fóru upp á skafottið ella á bálið í stásklæðum, eins og skuldu tær í eitt brúdleyp.”

Sum fyrr í tíðini, táið heiðinskapurin royndi at beina fyri gleðiboðskapinum, gjørdist blóð teirra nú kristindómsins sáðkorn.Jagstranin førdibara til at økja talið átrúgvandi vitnum. Í áravís helt keisarin á við ræðuleikunum, eins og trýstur til ørskap av fólksins ókúgandi treiskni, men til onga nyttu. Men ímeðan tann góði Wilhelm av Órania (1533-84) sat við ræðið, fingu fólk í Niðurlondum tó frælsið at tilbiðja Gud.

Á Piemontes fjøllum, á Fraklands slættlendum og við strendur Niðurlanda,var trúbótin merkt av rennandi blóðifrá trúgvandi kristnum. Men í Norðurlondum var tilgongdin friðarligari. Studentar, sum høvdu lisið í Wittenberg, tóku trúbótina við sær heim. Og skriftir Luthersútbreiddu eisini ljósið. Vanliga fólkið vendi sær frá spilluni og pátrúnniúr romakirkjuni. Tey bjóðaðu heldur reina, einfalda og lívgevandi sannleikanum úr Bíbliuni vælkomnum.

Danmarkar ápostul
Trúbótarmaðurin, Hans Tausen (1494-1561), var bóndasonur og vísti tíðliga tekin um gott skynsemi. Hann hungraði eftir útbúgving, men fíggjarligu viðurskiftini forðaðu honum. Ístaðin fór hann í klostur.Hannsýndi reinan livihátt, var raskur og íðin. Og tað gav fyristøðumaðurin sær far um. Hann stóð seg væl í settum royndum og funnin skikkaður til eina framtíð í tænastu hjá kirkjuni. Avgjørt varð at senda hann á týskt ella hálendskt fróðskaparsetur.Hann slapp sjálvur at velja hvagar hann vildi, men tó við Wittenberg sum undantaki. Hesin lærusveinurin hjá kirkjuni skuldi ikki setast í ein vága av trúarvillunum, søgdu munkarnir.

Tausen fór til Køln, sum er ein háborg hjá katólsku kirkjuni.Har fekk hann skjótt vanvirðing fyri mystikki í skolastikki. Ein dag fekk hann hendur á skriftum Luthers og las tær við undran og gleði. Hann tráaði straks eftir at læra meira. Men skuldi hann tað, so noyddist hann at slíta sambandið við fyristøðumannin í klostrinum og missa stuðul hansara. Hann ivaðist tó ikki leingi og brátt var hann innskrivaður næmingur við fróðskaparsetrið i Wittenberg.

Heimkomin til Danmarkar fór hann aftur í klostrið. Enn hevði eingin illgruna um, at hann nú var lutheranari. Hann segði einki um tað, men royndi at leiða vinirnar til reinari trúgv og betri livihátt - uttan at vekja fordómar. Hann lat Bíbliuna upp og greiddi frá hennara sanna týdningi. Hann prædikaði Kristus sum einastu vónina fyri rættvísgerð og frelsu.Fyristøðumaðurin í klostrinum harmaðist stórliga um hetta, táið hann sá støðuna. Hann hevði gjørt sær stórar vónir um einaferð at síggja Tausen sum ein oddamann í Rom. Í skundi varð Hans Tausen nú fluttur úr klostrinum yvir í eitt annað. Og har varð hann læstur inni í einum kliva undir strongum eftirliti.

Nýggju verjar hansara gjørdust fjálturstungnir, táið teir varnaðust, at fleiri av munkunum brátt vóru umvendir protestantar. Út ígjøgnum klivans rimar hevði Tausen sagt vinum sínum frá sannleikanum.Um donsku klosturfedrarnir høvdu vitað, hvussu romakirkjan vanliga gjørdi við ‘trúarvillingar’, hevði man ikki hoyrt rødd Tausens aftur. Men heldur enn at læsa hann í eitt fangahol undir jørð, koyrdu teir hann úr klostrinum. Nú mistu teir valdið á honum. Júst tá var kongalig kunngerð útkomin, sum veitti verju til teir, sum boðaðu nýggju læruna. Og Tausen fór at prædika. Kirkjurnar stóðu opnar og fólk tirptust at lurta. Eisini onnur prædikaðu og Nýggja testamenti á donskum fekk um somu tíð eina stóra útbreiðslu. Mótstøða katolikkanna skundaði bara undir verkið og skjótt eftir tók Danmark sum land undir við trúbótini.

Trúbótin røkkur Svøríki
Eisini svenskir unglingar drukku av brunni Wittenbergs, og bóru lívsins vatn heim til sínar landsmenn.Olaus og Laurentius Petri, sum vóru synir ein smið í Orebro, leiddu svensku trúbótina. Teir høvdu báðir lisið hjá Luther og Melanchthon og vóru báðir sera ágrýtnir við at geva sannleikarnar víðari til onnur.

Eins og Luther vakti Olaus fólkið við sínum framúrskarandi taligávum og ídni. Og Laurentius var eins og Melanchthon ein lærdur, spakur og hugsanarsamur maður.Báðir brendu teir fyri Guds sak og stóðu stinnir í sannleika. Men mótstøða katolikkanna treyt ikki.Prestar fyltu tey óvitandi við pátrúgv.Olaus Petri varð ofta álopin av mannamúgvum, og kom viðhvørt bara við neyð og deyð undan við lívinum. Men teir áttu báðir kongsins góða vilja og verju.

Undir ræði Roma varð fólkið kúgað og trælkað niður í stóra fátækt.Tey áttu ikki Bíbliuna. Og trúgvin dúvaði mest á ytri krosstekin og siðir, sum ikki lærdu tey nakað. Tey vóru um at fella aftur í pátrúgv og heidnar fedranna siðir.Fólkið gekk í flokkum og drúgvu stríðini øktu um vesaldómin. Svøríkis kongur var fyri trúbótini innan ríki og kirkju, og hann tók tí við stórari gleði ímóti hesari góðu hjálpini at arbeiða ímóti Rom.

Við kongi og bestu monnum Svøríkis hjástøddum, vardi Olaus Petri á fundi við stórum førleika trúbótsins læru ímóti oddamonnunum úr Rom.Lærur kirkjufedranna, segði hann, kunnu einans góðtakast, táið fult samsvar er við Skriftina; og hann segði eisini, at trúarlærur skulu berast greitt og einfalt fram úr Bíbliuni.

Øll skulu kunnu skilja tær einfalt úr Bíbliuni. Kristus segði, at“læran er ikki mín, men hansara, sum hevur sent meg.” Og Paulus skrivaði, at“um so vit ella eingil av Himli kunnger tykkum annað evangelium enn tað, sum vit hava kunngjørt tykkum – hann veri bannaður.”6. . . Síðani spurdi Olaus: “Hvussu skulu aðrir oddamenn tora at góðtaka lærur eftir sínum egna hugi og síðani áleggja øðrum tær sum neyðugar til frelsuna.”Hann sló fast, at kirkjan einki vald hevur, táið tað, sum hon áseturstríðir við Guds boð, og undirstrikaði samstundis ta stóru protestantisku grundregluna:“Bíblian og Bíblian eina!” Hon er einasta heimildin til alla trúarlæru og til alla útinnan av henni.

Hóast hetta stríði var á einum lutfalsliga ókendum staði, tænti tað til at vísa okkum: “hvørjir hesir vóru,sum mannaðu herin hjá trúbótini. Teir høvdu góða bókliga útbúgving, og vóru ikki nøkur sekterisk klandrivættir – langt frá tí.Teir høvdu granskað orð Guds, og dugdu væl at nýta tey vápnini, sum Bíblian gav teimum. Hvat lærdómi viðvíkti, so vóru teir fyri sína tíð.

Tá vit hugsa um góðu skúlarnar í Wittenberg og Zürich, og gáa um so frægar menn sum Luther, Melanchton, Zwingli og Oecolampadius,hava vit lyndi til at skíra teir sum rørslunnar leiðarar, og vænta av teimum størri mátt og framúr avrik í mun til aðrar.

Og soleiðis vænta vit okkum ofta minni av teimum heldur undirskipaðu, men tað er als ikki altíð rættvísandi, at vænta sær tað. Venda vit okkum til tann ókenda vígvøllin í Svøríki við eyðmjúku Olausi og Laurentiusi Petri – næmingar lærumeistranna – hvat finna vit tá? Jú, vit finna lærdar gudfrøðingar, sum væl og virðiliga kendu gleðiboðskapsins sannleika, og lættliga vunnu orðaskiftir á væl skúlaðum hittinorðaðum sofistumog hinum tignarligu monnunum frá prestastættini úr Rom.”

Úrslitið av kjakinum varð, at Svøríkis kongur tók við protestantismuni, og skjótt eftir tók eisini ríkisráðið undir við henni. Nýggja testamentiðvarð av Olausi Petri týtt til svenskt, og eftir ynski kongs átóku brøðurnir sær eisini at týða alla Bíbliuna.Nú fekk fólkið í Svøríki fyri fyrstu ferð Guds orð á sínum egna máli.Ríkisráðið kunngjørdi, at prestarnir skuldu útleggja Skriftina í øllum ríkinum, og at børnini skuldu læra at lesa í Bíbliuni.

Javnt og samt varð fákunna og pátrúgv trýst eftir hæli av gleðiboðskapsins signaða ljósi.Landið, sum nú var loyst úr katólskari trælkan, fekk ein stórleika, sum tað ikki áður hevði sæð. Svøríki gjørdist eitt protestantiskt bulvirki.Og hundrað ár seinni kom hendan lítla og tá í tíðini veika tjóðin, Týsklandi til hjálpar í ræðuliga tríatiárakrígnum.

Hendan lítla tjóðin var hin einasta í Evropa, sum tá tordi at rætta Týsklandi eina hjálpandi hond. Tá kundi alt Norður-Evropa aftur havt verðið lagt undir harðræði Roma. Men svenskir herar gjørdu tað møguligt hjá Týsklandi at snara kríggseydnuni og at steðga framgongdini hjá pávaherinum og vunnu harvið eisini trúbótini viðurkenning. Og tað vil aftur siga, at teir vinnu trúarfrælsið aftur til fólkið í teimum tjóðunum, sum tóku við trúbótini ? bæði fyri kalvinistarnar og lutheranarnar.