Bardagin Mikli kapitel 14. Fra side 245tilbage

Trúbøtarar og blóðvitnir Bretlands

Luther gav fólkinum í Týsklandi Bíbliuna á týskum. Tyndale gjørdi tað sama á enskum í Onglandi.Wiclif hevði frammanundan týtt Bíbliuna úr latíni til enskt, men í henni vóru nógvar villur. Hon varð ongantíð prentað, og prísurin fyri eitt hondskrivað eintak var so høgur, at einans tey múgvandi og aðalin kundu ogna sær hana. Afturat tí var hon strangliga bannað av kirkjuni og tí lítið kend.

Í 1516, árið innan at Luther hongdi setningar sínará slottskirkjuhurðina í Wittenberg, gav Erasmus Nýggjatestamenti út á grikskum og á latíni, og soleiðis varð Guds orð á fyrsta sinni prentað á upprunamálinum. Í hesum verki vóru nógvar av villunum í fyrru týðingunum rættaðar, og málslig uppseting gjørd greiðari. Hetta hjálpti mongum av teimum fróðu, lisnu og lærdu til eina betri vitan um sannleikan, og gongd kom aftur á trúbótararbeiðið. Men vanliga fólkið hevði framvegis lítlar møguleikar til at lesa Guds orð. Tað var Tyndale sum fullfíggjaði arbeiðið hjá Wiclif við at geva landsmonnunum Bíbliuna á móðurmálinum.

Tyndale týðir Nýggjatestamenti
Tyndale, sum var íðin granskari og sannleikasøkjandi maður, fann gleðiboðskapin við at lesa Erasmussar grikska Nýggjatestamenti. Óttaleysur prædikaði hann sína sannføring. Hann stóð fastur við, at øll trúarlæra skuldi standa royndina í Skriftsins orði. Tann katólska kirkjan helt uppá, at tað var kirkjan, sum hevði givið Bíbliuna, og at eina hon kundi greina tað, sum stóð í henni. Til tað svaraði Tyndale: “Vita tit hvør lærdi ørnina at finna fong? Tann sami Gud lærir eisini svongu børn síni at finna Faðirin í orði sínum. Tit góvu okkum ikki Skriftina, men tit krógvaðu hana fyri okkum. Tit brenna tey, sum boða hana, og um tit kundu, høvdu tit eisini brent sjálva Skriftina.

Prædikur Tyndales vaktu stóran áhuga. Nógv tóku ímóti sannleikanum. Men prestarnir vóru á varðhaldi. Táið hann hevði trúboðað og helt leiðina fram, vóru teir skjótir at spilla verk hansara við hóttanum og reingjanum. Hetta eydnaðist teimum alt ov ofta. “Hvat skulu vit gera?” segði hann. “Meðan eg sái einastaðni, kemur fíggindin og traðkar alt niðuraftur har, sum eg júst havi sátt. Eg kann ikki vera allastaðni. Um tey kristnu áttu Skriftina á egnum máli, kundi tey sjálv staðið ímóti teimum sniðfundigu. Uttan Bíbliuna er ógjørligt hjá fólki at festa røtur í sannleikan.”

Tyndyle sá eina nýggja avbjóðing. Hann hugsaði: “Sálmarnir í templi Harrans vóru sungnir á máli Ísraels. Skuldi gleðiboðskapurin so ikki eisini ljóðað á enskum máli okkara millum? .... Eigur kirkjan at hava minni ljós á miðdegi enn í lýsingini? .... Kristin fólk eiga at kunna lesa Nýggja testamenti á móðurmálinum.” Í kirkjuni eru prestar og lærdir menn ósamdir sínámillum. Einans við Bíbliunnar hjálp kunnu fólk finna sannleikan. ”Ein heldur fast við hesa læruna, ein annar heldur fast við hina. ... Allir hesir lærdu tala ímóti hvørjum øðrum. Hvussu skulu vit døma um og vita, hvør sigur rætt, og hvør sigur skeivt? ...”Hvussu?” .”Jú! Sanniliga við orði Guds.”

Ein lærdur katólskur doktari fór stutt eftir í orðadrátt við Tyndale og segði: “Vit eiga heldur at vera lógir Guds fyri uttan enn lógir pávans.”Tyndale svaraði: “Eg akti ikki pávan og allar lógir hansara. Um Gud vil, skal eg syrgja fyri, at drongurin, sum koyrir plógvið, veit meira um Skriftina enn tit!”

Hann hevði sett sær fyri at geva fólki Bretlands Nýggja testamenti á móðurmálinum og fór alt fyri eitt undir arbeiðið. Hann var rikin úr heimi sínum og fór til London, har hann fekk frið at arbeiða. Men katolikkarnir jagstraðu hann støðugt, so hann aftur var noyddur at flýggja. Alt Ongland tyktist at vera læst fyri honum, og hann fór tí til Týsklands at finna sær skjól. Her byrjaði hann at prenta Nýggja testamentið á enskum.Tvær ferðir var virksemið steðgað, men táið ein býur ikki loyvdi honum at vera har, fór hann til ein annan.

At enda kom Tyndale til Worms, har,sum Luther nøkur fá ár frammanundan hevði vart gleðiboðskapin í Ríkisdegnum. Í hesum býi fann hann nógvar trúgvandi vinir, og her helt hann ótarnaður fram við útgávuvirkseminum. Eftir stutta tíð vóru 3000 eintøk liðug, og seinni sama árið kom enn ein útgáva.

Við álvarsemi og áhaldni helt hann fram. Hóast ensku myndugleikarnir høvdu strangt eftirlit á øllum havnarløgum, náddi orð Guds á ymsan hátt fram til London og kom haðani út um alt landið. Katolikkarnir royndu av øllum alvi at halda sannleikanum niðri, men tað eydnaðist ikki.Einaferð keypti Durhams biskupur allar Bíbliurnar frá einum bókasølumanni. Ætlan hansara var at oyða bøkurnar og soleiðis forða arbeiðnum. Men peningurin, ið hann lat fyri Bíbliurnar, varð nýttur til at gera fleiri og enn betri útgávur av Bíbliuni, sum ráðini annars ikki vóru til. Táið Tyndale seinni varð tikin og fongslaður, bjóðaðu teir honum frælsið við teirri treyt, at hann uppgav nøvnini á øllum, sum høvdu stuðlað prentingini av Bíbliuni. Hann svaraði tá, at biskupurin í Durham hevði gjørt meira fyri seg enn nakar annar. Við at gjalda so nógvan pening fyri allar Bíbliurnar, hevði biskupurin givið honum vind í seglini til at halda fram í góðum treysti.

Tyndale varð svikin og givin upp í hendurnar á fíggindum sínum og fongslaður í nógvar mánaðir. Hann endaði sínar dagar sum blóðvitni fyri trúnna. Men tey vápn, sum hann smíðaði, hava gjørt tað møguligt fyri aðrar stríðsmenn at flyta hin góða bardagan víðari í øldir frameftir og heilt upp til okkara tíð.

Aðrir trúbótarmenn
Latimer prædikaði avgjørdur um, at Bíblian átti at lesast á móðurmálinum. “Gud sjálvur er rithøvundurin av heilagu Skriftini,” segði hann. Skriftin er stór og ævig eins og upphav hennara. “Eingin kongur, keisari ella annar myndugleiki er til, .... sum ikki noyðist at gera eftir orðum hansara.”.. . . “Latið okkum ganga aðrar leiðir, men latið orð Guds vísa okkum vegin, latið okkum ikki ganga í fótasporunum hjá fedrum okkara og leita eftir tí, sum teir søktu, men heldur eftir tí, sum teir ístaðin áttu at havt søkt.”

Barnes og Frith, trúføstu vinir Tyndales, stigu fram og vardu sannleikan. Teimum á baki komu Ridleyarnir og Cranmer. Hesir leiðarar fyri ensku trúbótina vóru lærdir menn, og teir flestu høvdu verið høgt í metum innan katólsku kirkjuna fyri sítt lýdni ímóti Gudi. Andstøða teirra til pávaveldiðnú, komst av kunnleikanum um villleiðandi læruna hjá “tí heilaga stólinum.”Og júst góði kunnleikin, sum teir høvdu til loyndarmál Bábylons, gav vitnisburði teirra nógv størri tyngd.

“Lat meg koma við einum løgnum spurningi,” segði Latimer: “Hvør er tann ídnasti biskupurin í Onglandi?” . . . Eg síggi, at tit spíla oyruni út, lurta og bíða eftir, at eg skal siga navnið. . . . Eg skal siga tykkum at tað er Djevulin! . . . Hann er ongantíð burturstaddur; . . . Kalla á hann, táið tú vilt, hann er altíð at hitta; . . . Hann er altíð til reiðar. . . . Trúgvi mær, hann er ongantíð óvirkin, har hann hevur bústað . . . Har eru boðini: burtur við bókunum og fram við kertuljósunum; burtur við Bíbliuni og fram við rósukransinum; burtur við ljósi gleðiboðskapsins og fram við logandi kertuljósum, sjálvt á hádegi . . . niður við krossi Kristusar, og fram við lummatjóvi reinsingareldsins . . . burtur við klæðunum til nakin og at hjálpa fátækum úr neyð, men heldur at prýða halgimyndir, stokk og stein við ríkum sprøklutum klæðum. . . .fram við siðvenjum og lógum av mannahond, og burtur við Guds heilaga orði.. . . Á, vóru kirkjuleiðarar okkara bara eins ídnir til at sáa tað góða, sum Satan er til at sáa tað illa!”

Meginreglan hjá hesum trúbótarmonnunum var hin sama sum hjá valdensum, Wiclif, Huss, Luther og Zwingli og teimum, sum fylgdu í fótasporum teirra. Skriftin var einasti sanni myndugleikin og úr henni skuldu allar trúarlærur metast og dømast. Trúgv teirra helt hesum monnum uppi, táið teir ofraðu lívið á bálinum.

Teir søgdu, at pávar, kirkjufundir, kirkjufedrar og kongar ongan rætt høvdu til at ráða yvir samvitskuni í trúarmálum. Táið logarnir sleiktu seg um Latimer, rópti hann til eitt annað blóðvitnið við lið sína: ”Fell ikki í fátt! Við náði Guds tendra vit í dag eitt ljós um alt Ongland, sum ongantíð sloknar.”

Eisini í Skotlandi
Í Skotlandi høvdu Columba og starvsfelagir hansara sátt sannleikans sáð, og tað var ikki eydnast nøkrum at týna tað. Í øldir, eftir at hin enska kirkjan gav eftir fyri Rom, varðveittu skotarnir sítt frælsi. Men í 12. øld fekk katólska kirkjan eisini valdið í Skotlandi, og onga aðrastaðni fekk hon størri óavmarkað vald enn júst har. Ongastaðni var myrkrið svartari enn har. Og kortini stríddu geislar seg inn í myrkrið, sum bóru boð um betri tíðir. Lollardarnir komu og høvdu Bíbliuna og læru Wiclifs við sær úr Onglandi. Hetta gjørdi sítt til, at kunnleikin til Bíbliuna varð varðveittur. Hvør øld hevði sínar boðberar og síni blóðvitnir.

Trúbótin birti meira ljós við skriftum Luthers saman við týðing Tyndales av Nýggja testamenti. Uttan at prestar varnaðust tað, fóru hesi sendiboðini í friði og náðum um dalar og fjøll og kveiktu nýtt lív í sannleikans kyndil, sum annars var um at slokna, til aftur at lýsa Skotland upp, og hetta gjørdi ein enda á tí drúgvu kúganini, sum Rom hevði kúgað í fýra øldir.

Blóðið frá blóðvitnunum gav rørsluni ein nýggja megi. Katólska leiðslan, sum brádliga sá vandan hótta søk teirra, beindi skjótt nakrar av reinastu synum Skotlands á bálið. Men hetta gjørdist ein prædikustólur, haðani at orð teirra doyggjandi hoyrdust um alt landið og fylti manga sálina við ókúgandi vilja til at loysa seg úr leinkjum Roms.

Aðalsmenninir Hamilton og Wishart ofraðu lív síni á bálinum saman við nógvum ókendum. Men frá báli Wisharts kom ein, sum eldslogarnir ikki kundu fáa at tiga, ein sum við Guds hjálp fekk deyðsklokkur at ringja yvir pávaveldinum í Skotlandi.

Skotlands ápostul
Knox var ímóti óbíbilskum siðvenjum til próvgrundir – og grundgav seg væl fyri drotning Mary: “Um Ábrahams efti-rkomarar høvdu tikið við trúnni frá Farao, tí teir so leingi høvdu verið hansara tegnar, so vildi eg fegin vita, høgt virda frúa, hvør átrúnaður sum ráddi í øllum heiminum í dag.”

John Knox hevði vent siðvenjuni og mystikkinumhjá katólsku kirkjuni bakið, og fór at finna sína andaliguføði í Guds orði. Frálæra Wisharts styrkti hann í avgerðini um at taka seg úr Romakirkjuni og at fara í partin við teir jagstraðu trúbótarmenninar.

Vinir eggjaðu hann at gerast prestur, men tað hóvaði honum illa at taka við slíkari ábyrgd. Eftir dagar og nætur í einsomum pínufullum stríði við sjálvan seg, tók hann kortini avbjóðingin á seg. Men táið hann ivandi og stúrin fór undir kallið, broyttist taðtó skjótt til eitt lívsyrki við óvikandi støðufesti, ídni og snarræði. Hesin trúfasti og hjartaligi trúbótarmaður ræddist ongan mann. Blóðvitnisbálini, sum javnan brunnu kring hann, styrkti bara ágrýtni hansara. Við bøðilsøksini hangandi yvir høvdinum langaði hann út til høgru og vinstru fyri at berja niður avgudadyrkanina.

Táið hann einaferð stóð andlit til andlits við skotsku drotningina, sum hevði kúgað mangan protestantiskan leiðara, bar John Knox óttaleysur fram vitnisburðin um sannleikan. Hann lat seg ikki vinna við smikri ella ræða við hóttanum. Drotningin ákærdi hann fyri trúarvillu og fyri at lokka fólk til eina trúgv, sum staturin hevði bannað. Hervið hevði hann brotið boð Guds um, at borgarar skulu vera fúrstum sínum lýdnir. Uttan at hugsa seg stórvegis um, svaraði Knox:

“Tann rætta gudsdyrkanin fekk ikki sína upprunaligu styrki ella myndugleika frá fúrstum av hesum heimi, men frá tí æviga Gudi. Tí hava borgarar ikki skyldu til at rætta gudsdyrkan sína eftir ynskjum fúrstanna. Ofta vita fúrstar minni enn øll onnur um Guds sonnu trúarlæru. . . . Um eftirkomarar Ábrahams høvdu tikið trúarlæru Faraos til sín, tí teir so leingi høvdu verið borgarar í Egyptalandi, tá lysti mær at vita, hennara hátign, hvør trúarlæra so var í heiminum í dag? Ella um øll á døgum ápostlanna tóku við trúnni hjá romverska keisaranum, hvør var tá trúarlæran á hesi jørð? Hetta eigur at vísa tygum, at borgarar eru ikki bundnir at fylgja trúnni hjá fúrstunum, hóast tað er teimum givið at vera lýdnir.

Drotningin svaraði: “Tit tulka Bíbliuna á ein hátt, og hinir á ein annan hátt. Hvørjum skal eg trúgva, og hvør skal døma í hesum?”. . .

“Tit skulu trúgva á Gud, sum talar greitt gjøgnum Bíbliuna,” svaraði Knox, “og út um tað, sum orðið lærir, skulu tygum hvørki trúgva einum ella øðrum. Guds orð talar greitt fyri seg sjálvt. Um tað í onkrum støðum tykist ógreitt, vil heilagi Andin, sum ongantíð talar ímóti sær sjálvum, aðrastaðni greina tað nærri, so at eingin ivi verður um tað uttan hjá teimum, sum sjálv eru avgjørd um framhaldandi at vera óvitandi.”

Hesi vóru orðini, sum óttaleysi John Knox við lívi sínum í stóru vága segði við drotningina. Og við sama reystleikanum helt hann fram við at stríðast fyri sak Harrans, til Skotland endaliga varð fríað og frælst frá pávaveldinum.

Statstrúgv og trúarnoyðsla
Táið Ongland tók við protestantisku læruni tilríkisátrúna, minkaði jagstran nakað, men hon steðgaði ikki heilt.Hóast nógvar av lærum romakirkjunnar vóru sleptar, so vórðu ikki so fáir av siðunum eftir og varðveittir. Myndugleiki pávans var vrakaður, men í hansara stað var kongurin settur.Í gudstænastunum vóru framvegis stór frávik í mun til reinleika og einfeldni gleðiboðskapsins. Enn skiltu tey ikki heilt til fulnar stóru meginregluna um trúarfrælsi. Hóast teir protestantisku valdsharrarnir sjáldan misnýttu valdið á sama ræðuliga háttinsum Romakirkjan, gingu teir ikki altíð við til, at fólk eftir egnu samvitsku síni sjálv kundu velja sín hátt at tilbiðja Gud.

Kravt varð at øll skuldu fylgja hini almennu læruni og at havatað slagið av gudstænastu, sum ríkiskirkjan álegði. Tey, sum høvdu eina øðrvísi hugsan, vóru meira og minni jagstrað tær næstu øldirnar.

Í 17. øld vóru prestar í túsundatali sagdir úr starvi. Við hóttanum um bøtur, fongsul og burturvísing. Bannað var fólki at fara til nakrar aðrar trúarsamkomur enn tær, ið vóru góðkendar av kirkjuni. Trúgvandi, sum ikki kundu lata vera við at savnast um Gud, vóru noydd at hittast í myrkum skotum, á skýmligum kvistkømrum og um árstíðin loyvdi tí, úti í skóginum á miðjari nátt. Í hesum natúrtempli, sum Gud sjálvur hevur skapt, savnaðust tey jagstraðu Guds børnini til bøn og lovsong.Hóast tey vóru varin, komu mong illa fyri vegna trúnna. Fongslini vóru á tremur og familjur spjaddar. Nógv vórðu víst av landinum. Men Gud var hjá børnum sínum, og jagstranin megnaði ikki at steðga vitnisburði teirra. Nógv flýddu yvir hav til Amerika, har tey løgdu grundina til borgarliga og átrúnaðarliga frælsið, sum hevur verið í hesum landi til bulvirki og sóma.

Eins og á døgum ápostlanna hjálpti jagstranin til at breiða gleðiboðskapin út. Í einum andstyggiligum fongsli fult av brotsmonnum, andaði John Bunyan himmalsins reinu luft í seg, og skrivaði her vøkru stuttsøguna um ferðina hjá einum pílagrími úr landi siðloysisins til hin himmalska staðin. Í meira enn 200 ár hevur henda rødd úr fongslinum í Bedford við hugtakandi megi talað til mong hjørtu. Bøkurnar “Pilgrim’s Progress”og “Grace Abounding to the Chief of Sinners” hava hjálpt nógvum á lívsins leið.

Baxter, Flavel, Alleine og aðrir gávuríkir lærdir menn við drúgvum kristnum royndum trinu eisini fram og vardu djarvir trúnna, sum fyri allar ævir er latin teimum heilagu. Tað, sum hesir menn gjørdu, og sum heimsins valdsharrar lýstu í bann, kann ikki týnast. Verk Flaves “Fountain of Life” og “Method of Grace” hava lært í túsundatali av fólki, hvussu tey geva sál sína til Kristus. VerkBaxters “Reformed Pastor” hevur verið til signingar fyri nógv, sum ynskja at fáa Guds verk til lívs aftur, og “Saints´ Everlasting Rest” hevur givið sálum ta “sabbatshvíld,” sum bíðar børnum Guds.

Metodista-stovnarin
Nøkur hundrað ár seinni í eini tíð við andaligum myrkri, trinu Whitefield og brøðurnir Wesley fram á pall sum ljósberarar fyri Gudi. Undir leiðslu ríkiskirkjunnar vóru bretar soknir niður á eitt andalig støði, sum mest minti um heiðinskap. Prestastættin granskaði við ídni náttúruheimsspeki, og hetta ávirkaði nógv ta almennu trúarlæruna. Tað betra slagið gjørdi gjøldur úr gudsótta, og tey reypaðu av at vera á hægri støði enn tað, sum tey nevndu átrúnarliga fanatismu. Vanliga fólkið var í stóran mun fákunnigt og løtt offur fyri ósiði, alt meðan kirkjan ikki longur hevði hvørki dirvi ella trúgv til at stuðla søk sannleikans, sum sokkin var so sera djúpt.

Tann týdningarmikla grundreglan um rættvísgerð við trúgv, sum Luther so greitt hevði talað, var næstan farin úr eygsjón. Katólska grundreglan, við at hava álit á frelsu við egnum gerðum, var komin ístaðin. Whitefield og brøðurnir Wesley, sum vóru limir í ríkiskirkjuni, leitaðu inniliga eftir at tekkjast Gudi. Teir høvdu lært, at hetta eydnaðist, um teir livdu eitt reiðiligt lív og hildu allar teir kirkjuligar siðirnar.

Einaferð at Charles Wesley var sjúkur og helt deyðan vera nær, spurdi ein hann, hvat hann bygdi álit sítt á um ævigt lív. Hann svaraði: “Eg havi roynt at tæna Gudi so væl eg kann.” Táið hann helt, at vinurin, sum spurt hevði, ikki var heilt nøgdur við svarið, hugsaði Wesley: ”Er mín stremban ikki nóg gott grundarlag fyri vón míni? Vil hann taka hana frá mær? Eg havi jú einki annað at líta á!” So bølamyrkt var myrkrið, sum lagt seg hevði yvir kirkjuna, at tað krógvaði sáttargerðina og vendi menniskjum burtur frá hini einastu vónini um frelsu – blóð hins krossfesta!

Wesley og vinir hansara skiltu, at sannur gudsótti býr í hjartanum, og at Guds lóg fevnir bæði um tankarnar, um orðini og um gerðirnar. Sannførdir um at reinleiki hjartans var meira neyðugur, enn at betra seg úteftir, fóru teir við djúpasta álvarsemi undir at liva eitt nýtt lív.

Ágrýtnir royndu teir við bøn at temja natúrliga óndskapin í hjartanum. Teir livdu eitt ósjálvsøkið og lítillátið lív, vístu miskunnsemi og hildu strangliga allar tær lívsreglurnar, sum teir hildu fóru at geva sær tað, sum teir mest av øllum tráaðu eftir, tí gudsóttanum, sum skuldi tryggja teimum tokka Guds. Men teir funnu ikki tað, sum teir sóknaðust eftir.

Uttan úrslit royndu teir at loysa seg úr syndanna bondum. Hetta var tað sama stríðið, sum Luther hevði stríðstvið í klivanum í Erfurt. Tað vóru somu spurningarnir, sum píndu sálina: “Hvussu kann eitt menniskja vera rættvíst ímóti Gudi.”

Eldslogi sannleikans var næstan sloknaður á protestantisku altarunum. Men kyndilin, sum við hjálp frá kristnum í Bøhmen var borin úr hond í hond ígjøgnum tíðirnar, skuldi aftur kveikjast. Eftir trúbótina varð tannprotestantiska kirkjan trampað niður av harkaliðum úr Rom. Øll, sum noktaðu at siga sannleikan frá sær, noyddust tá at flýggja. Nøkur teirra funnu friðskjólið í Saksen og varðveittu har ta gomlu trúnna. Tað var frá eftirkomarum teirra, at ljósið aftur fann leiðina til Wesley og vinir hansara.

Kjarni gleðiboðskapsinskemur í miðdepilin
Aftaná at John Wesley og Charles Wesley vóru prestavígdir, fóru teir til Amerika.Umborð á skipinum vóru nakrir meriskir brøður. Skipið kom í illveður, og John Wesley kendi á sær, at hann nú stóð andlit til andlits við deyðan, og ikki hevði funnið frið við Gud. Merisku týskararnir tyktust hinvegin at hava ta fullu ró og tann fulla tryggleikan, sum honum longdist eftir.

Stovnari av metodistakirkjuni
John Wesley segði:”Eg gav mær straks far um álvarsomu og eyðmjúku atferð teirra.Ferð eftir fer hjálptu tey fólki við tílíkum arbeiði, sum eingin breti kundi hugsa sær at gjørt, og tey tóku einki fyri tað. Tey søgdu tað vera heilsubót fyri sítt hugmóðiga hjarta, og at kærleiksfulli frelsarin hevði gjørt meira fyri tey. Tey sýndu eitt trúfast spaklyndi, sum eingi misboð kundu vika.”Um tey vóru skumpað, sligin ella syft um koll, reistu tey seg bara aftur og fóru avstað. Tey góvu ongantíð ilt av sær.

Nú skuldi tað vísa seg, um tey stóðu royndina ímóti ótta á sama hátt sum ímóti hugmóð og vreiði. Meðan tey sungu fyrsta sálmin í gudstænastuni, skræddi eitt stór aldubrot stórseglið, og sjógvur streymaði inn á dekkini. Tað tóktist sum havsins djúp longu hevði slúkað okkum. Bretarnir skríggjaðu ræðsluslignir. Men týskararnir hildu róligir fram at syngja.Seinni spurdi eg ein teirra:”Vóru tit ikki bangnir?” Hann svaraði: “Nei. Gud havi lov!” Eg spurdi: “Vóru konurnar og børnini ikki bangin?” Hann svaraði stillisliga: “Nei, konur og børn okkara ræðast ikki deyðan!“

Táið tey komu fram til Savannah, búði Wesley í eina stutta tíð hjá meriska fólkinum (Herrnhutum) og hann varð djúpt hugtikin av kristiligu atferðini hjá teimum. Um eina av gudstænastum teirra, sum var ein lemjandi mótsetningur til ta deyðu bretsku formstevnuna (formalismuna), skrivaði hann:“Tað stóra einfeldni og hátíðardámurin, sum var yvir øllum, fekk meg mestsum at gloyma tær seytjanfarnu øldirnar og eg var settur aftur ífrumsamkomu, táið formur og tilgongd ikki vóru ásett – táið tjaldsmiðurin Paulus og fiskimaðurin Pætur førdu orðið undir leiðslu heilaga Andans.”

Afturkomin úr Amerika til Onglands lærdi Charles Wesley nógv, eisini hjálptur av einum av herrnhutiskum prædikumanni í merisku brøðrasamkomuni har. Hannfekktá eina greiðari fatan av Bíbliunnar trúgv. Tað stóð nú greitt, at álitið á frelsu við egnum gerðum mátti vrakast, og ístaðin skuldi lítast fult og heilt á “Lamb Guds, sum ber alla synd heimsins.”

Á einum møti hjá herrnhuta-samkomuni hjá merisku brøðrunum í London, vóru nøkur orð hjá Lutheri lisin upp, sum lýstu ta broyting, sum Andi Guds ger í hjartanum hjá trúgvandi. Meðan Wesley lurtaði, kveiktist trúarinnar eldur í sál hansara. Hann segði:”Eg kendi, hvussu mítt hjarta á løgnan hátt ornaði, og at eg setti álit mítt eina á Kristus sum mín frelsara. Mær var givin full vissa um, at hann hevur tikið syndir mínar burtur, ja, sjálvt mínar og hevur bjarga mær frá syndanna og deyðans lóg.”

Í nógv stríggin ár við tungari og nívandi stremban, sjálvsnoktan, sjálvsbrigdan og mannminkan – hevði Wesley treiskur tvíhildið um einasta mál sítt – sum var at finna Gud. Men nú hevði Gud funnið hann. Honum gjørdist greitt, at náðin, sum hann við bønum og føstu hevði stríðst fyri at finna, var ein ókeypis gáva “uttan pening og uttan gjald.”

Nú,táið hann umsíðir var rótfestur í trúnni, brendi sál hansara fyri allastani at breiða út nýggju vitan sína um ókeypis náðina í gleðiboðskapinum, sjálva kjarnina. “Allur heimurin er mín sókn, og hvar eg enn eri staddur, er tað hóskandi, rætt og mín treytaleysa skylda at boða gleðiboðskapin um frelsu fyri øllum, sum vilja lurta.

Hann livdi framvegis eitt strangt og sjálvsnoktandi lív, men nú var tað ikki sum grundarlagið fyri, men sum avleiðingin av trúnni, ikki sum gudsóttans rót, men sum fruktin av gudsóttanum. Náði Guds í Kristusi er grundarlagið í kristnu vónini, og náðin má vísa seg aftur í trúarlýdni (Rom 1:5). Wesley vígdi líviðhjá sær til at boða teir stóru sannleikarnar, sum honum vórðu givnir: Rættvísgerð við trúgv á sáttargerandi blóð Kristusar og endurnýggjandi meginafrá heilaga Andanum í hjartanum, sum broytir lívið eftir fyrimynd Kristusar.

Wesley og Whitefield
Sannføringin um egnu glataðu støðu sína búnaði George Whitefield og John og Charles Wesley brøðurnar til lívsverk teirra. Tann vanvirðing, háðan og jagstran sum teir vóru fyri, bæði á fróðskaparsetrinum í Oxford og í yrkinum sum prestar, styrkti teir í neyðuga úthaldninum sum góðir stríðsmenn fyri Kristusi.Teir,og samhugaðu teirra, vórðu við vanvirðing av gudleysum lestrarfeløgum kallaðir metodistar– eitt heiti, sum í dag er eitt heiðursnavn fyri eina av størstu kirkjusamkomunum í Onglandi og Amerika.

Sum limir í bretsku ríkiskirkjuni vóru teir tætt knýttir at gudstænastuhátti hennara, men við orðinum hevði Harrin víst teimum nakað størri. Heilagi Andin eggjaði teimum til at prædika um Kristus og krossfestingina.

Kraft hins Hægsta vísti á vegin. Fólk í túsundatali vóru sannførd og umvend.Tað var neyðugt, at hesir “seyðir” vóru vardir ímóti “glúpskum úlvum”. Wesley hugsaði ikki um at stovna eina nýggja samkomu, men skipaði tey í hendan felagsskapin, sum í dag er vorðin til høgt virdu Metodistakirkjuna.

Hesir prædikumenn fingu eina óskiljandi sterka mótstøðu frá ríkiskirkjuni. Lærdir menn og aðrir við stórari ávirkan mótarbeiddu teimum.Men tann vísi Gud stýrdi øllum, soleiðis at trúbótin byrjaði í sjálvari kirkjuni. Var hon komin á hana uttanífrá, hevði hon ikki rokkið hagar, sum tann serliga stóri tørvurin var á henni.Sannleikin vann fram, tí hesir vekingarprædikantar vóru kirkjunnar egnu og arbeiddu innan karmar hennara í tann mun, sum teir kundu. Varð farið øðrvísi fram, so høvdu teir frá byrjan verið komnir til læstar dyr. Nakrir av prestunum vaknaðu úr andaliga svøvninum og gjørdust ídnir prædikumenn í sókn sínari. Fleiri kirkjur, sum vóru stívnaðar í tí rituella formfestinum, endurføddust nú til eitt heilt nýtt lív.

Á døgum Wesleys, sum til allar aðrar tíðir í kirkjusøguni, framdu menn og kvinnur við ymsum gávum og førleikum hvør síni verk. Teir ella tey vóru ikki altíð samd í øllum, men tey lótu Anda Guds leiða seg og vóru á einum máli um at vinna sálir til Kristus.

Einaferð hótti ósemja ímillum Whitefield og brøðurnar Wesley við at grava eina djúpa gjógv ímillum teir, men í skúla Kristusar høvdu teir lært eyðmýkt og samdust í kærleika. Tí teir kundu ikki spilla tíðina við at keglast um slíkt, ímeðan tað allastaðni uddi við villleiðing og synd ? og syndarar í hópatali hildu leiðina fram ímóti glatan síni. (Tvídrátturin kom annars av hesin, at Whitefield trúði á Kalvins læru um prædestinatión og Wesley ikki. At forút-avgera og at forút-síggja, er ikki tað sama, ums.) 258

Wesley segði eina aðruferð soleiðis frá, hvussu hann slapp frá eini østari mannamúgvu. »Nógv royndu at syfta meg niður, ímeðan vit gingu á eini runutari og hálari gøtu inn í býin. Tey hildu ivaleyst, at um eg datt og lá endalangur á gøtuni, kom eg ikki á føtur aftur. Men eg snávaði ongantíð og gleið heldur ikki, og slapp undan teimum . . .

Nøkur royndu at taka í kragan ella í klæðini fyri at fáa meg umkoll, men tað eydnaðist ikki. Ein fekk í velið á vesti mínum og stóð eftir við velinum í hondini, í hinum velinum lá ein pengaseðil í lummanum, sum skrædnaði av um helvt.Ein bulmikil maður slóð fleiri ferðir eftir mær við einum eikistavi. Rakti hann meg bara einaferð í nakkan var stríð hansara av. Men hvørja ferð var slagið snarað til viks, og eg veit ikki, hvussu tað bar til, tí eg fekk ikki flutt meg av fetanum. . . .

Ein annar kom rennandi ígjøgnum mannamúgvuna og lyfti armin fyri at sláa, men lat hann knappliga falla og klappaði mær ístaðinfyri spakuliga á høvdið, og segði: Sum hann hevur mjúkt hár!» Teir allarfyrstu, sum lótu seg umvenda, vóru “hetjurnar” í býnum, tey, sum altíð gingu á odda fyri teimum ringastu harkaliðunum. Ein teirra hevði havt yrkisleið sum premiuboksari á torgunum. . . .

Nógvar eru leiðir Guds til at fremja sín vilja! Fyri tveimum árum síðani bar eitt petti av múrsteini við akslar mínar. Árið eftir rakti ein steinur meg millum eyguni. Í síðsta mánað var eg sligin einaferð og nú í kvøld tvær ferðir á veg inn í býin og aftur á veg úr býnum. Men hetta var fyri lítið at rokna av miklum. Hóast ein slóð meg av fullari megi í bringuna og ein annar á munnin við slíkari megi, at blóðið fleyt, kendi eg so lítla pínu, at teir kundu tað sama havtkínt mær við einum hálmstrái.”

Í byrjanini máttu bæði leikir trúarfelagir og prædikumenn í fyrstu samkomu metodistanna tola jagstran og at haldast fyri gjøldur av bæði limum kirkjunnar og gudleysum uttanfyri, sum vórðu uppøst av følskum sleygi og slatri.

Tey vóru stevnd fyri rættin, men um hetta mundið var ilt at fáa eyga á nakað rættvísi við dómstólarnar. Tey vórðu nógv happað.Harkalið gingu hús úr húsi og smildraðu ognir og innbúgv. Tað, sum tey ynsktu sær, rændu tey bara. Bæði menn, kvinnur og børn vóru fyri ógvusligum harðskapi. Viðhvørt vóru uppsløg, har fólk vóru eggjað til at skipa seg fyri at knúsa rútar og at ræna úr húsunum hjá metodistunum. Har stóð, at tey skulda hittast í bólkum til ávísa tíð og á ávísum stað. Hesi týðuligu lógarbrotini bæði ímóti fólki og Gudi hendu uttan mótmælir.

Tað var ein skipað jagstran av menniskjum, hvørs einasta misbrot var, at tey royndu at leiða syndarar frá oyðingarvegnum og inn á frelsuvegin.

John Wesley svaraði ákærunum ímóti trúarfeløgum og sær sjálvum soleiðis: “Nøkur vilja vera við, at læran hjá hesum monnum er følsk og sveimandi, at hon er nýggj og higartil ókend, at hon er kvekjaratrúgv, trongskygd og papisma! Alt hetta hykl er longu avdúkað, tí tað stendur púra greitt, at hendan læran á allan hátt er vanliga læran í Skriftini. Tí kann hon hvørki vera følsk ella skeiv, um Skriftin talar sannleikan.”

Onnur siga: “Læra teirra er alt ov strong, tey gera leiðina til Himmals ov tronga. Hendan atfinningin er júst tann upprunaliga og ofta hin einasta. Hendan grundgevingin er tann fjalda grundin til aðrar atfinningar í túsundatali, sum vísa seg í ymiskum líki. Men munnu tær gera vegin til Himmalin trengri, enn Harrin og ápostlarnir gjørdu hann?

Er læra teirra strangari enn Bíbliunnar? Hugsa um nøkur fá og greið skriftsstøð? . . . “Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni og av øllum huga tínum. Men eg sigi tykkum, at á dómadegi skulu menniskju standa til svars fyri hvørt gagnleyst orð, tey hava talað.” . . . “Um tit eta ella drekka, ella hvat tit so enn gera, so gerið tað alt til Guds æru!”

Um læra teirra er strangari enn hendan, tá skal hon sjálvandi átalast, men um samvitskan sigur, at tað er hon ikki. Hvør kann tá vera eitt sindur minni strangur, uttan at reingja orð Guds? Kann nakar tænari yvir Guds loynidómum vera trúgvur, um hann broytir bara tað minsta í hansara heilagu lóg? Nei, hann kann einki siga úr gildi og einki vika av henni. Tað er skylda hansara at boða alt í henni – og fyri øllum menniskjum.

”Eg kann ikki broyta Skriftina fyri at tekkjast smakki tykkara! Tit noyðast at fylgja henni ella at glatast um allar ævir!” Hetta er veruliga grundin til vanligastu atfinningina, sum stavar frá fordómum hjá hesum menniskjum. Men eru tey veruliga miskunnarleys? Nei, tey veita hjálpartiltøk á ymsan hátt. Men í dømingini av øðrum eru tey miskunnarleys! Tey halda, at eingin kann frelsast, sum ikki er samdur við tey.”

Lóg Guds í trúboðanini
Andaliga afturgongdin í Onglandi undan tíð Wesleys komst í stóran mun av mótstøðuni ímóti lógini, sum hevði vunnið frama. Nógv førdu fram, at Kristus hevði sett moralsku lógina, 10 boðini, úr gildi, og tí høvdu tey kristnu ikki skyldu til at halda hana. Tey søgdu, at tann, sum trýr, er leysur av “trældómi hinna góðu gerninga.” Hóast onnur stóðu fast við, at lógin er æviga í gildi, so bóru tey kortini fram, at tað var óneyðugt hjá prestunum at áminna fólk um at vera lógini lýðin, tí tey, sum Gud hevði valt út til frelsu “við Guds óvikandi eggjan, fóru at vera leidd til dygdir og góðar gerðir,” ímeðan tey, sum dømd vóru til æviga glatan,“ikki høvdu megina til at vera guddómligu lóg Guds lýðin.”

Onnur søgdu, at “tey útvaldu kunna ikki missa náðina ella tokka Guds.” Og tey komu tá til ta andstyggiligu niðurstøðuna, at “tær ringu gerðirnar hjá sær ikki eru syndigar og heldur ikki kunnu metast at vera í stríð við Guds lóg, og tí høvdu tey onga grund til hvørki at játta ella at angra syndir,tíansheldur at gevast við teimum.” Tey vildu vera við, at sjálvt tær skammiligasta syndir, “sum allur heimurin metir at vera grovt brot av lóg Guds, í eygum Guds ikki var synd.”Tað vil siga, um tað var ein av teimum útvaldu, sum framdi tær. Tey søgdu, at “tað er eitt týðandi og serligt eyðkenni fyri tey útvaldu, at tey onki kunnu gera, sum mislíkar Gudi, ella er bannað av hansara lóg.”

Hendan ræðuliga læra er stórt sæðhin sama sum uppalarar og gudfrøðingar seinni bóru fram – at eingin óbroytilig lóg Guds er til sum fasta leiðreglantil rættvísi, men at moralskar leiðreglur verða givnar av samfelagnum sjálvum, sumsíðani ofta verða broyttar. Hendan hugsanin hevur uppruna sín í honum, sum longu millum himmalsins íbúgvar royndi at bróta niður rættvísu lóg Guds.

Lagnutrúarlæran (prædestinatiónslæran), sum festir lyndi menniskjans, so tað ikki kann broytast, hevur fingið mong til at vraka Guds lóg. Wesley var í andstøðu til hesa villleiðandi læru, sum er fíggindasinnað ímóti lógini. Hann vísti á, at hetta talaði ímóti Skriftini. ”Náði Guds er okkum opinberað til frelsu fyri øll menniskju.”. . . ”Hetta er gott og hevur tokka Guds, frelsara okkara, sum vil, at øll menniskju skulu bjargast við at játta seg til sannleikan. Tí Gud er ein, og ein er sáttarmaðurinímillum Gud og menniskjað: Kristus Jesus, sum gav seg sjálvan sum loysigjald fyri øll.”

Andi Guds verður givin fyri einki, so at øll kunnu verða frelst í Jesusi Kristusi, sum er “tað sanna ljósið,” og upplýsir hvørt menniskja.14 Menniskju missa einans frelsuna av egnu tvøru nakkafattu avgerð síni til at vraka lívsins gávu.

Við tey, sum hildu uppá, at tíggju boðini fóru úr gildi við deyða Krists saman við serimonilógini, segði Wesley: ”Morallógin, sum hon er til í tíggju boðunum og ámint av profetunum, var ikki søgd úr gildi av Kristusi. Tað var ikki ætlanin við komu hansara at taka aftur nakran part av lógini. Hetta er ein lóg, sum ongantíð fer úr gildi, men “stendur føst sum hitt trúfasta vitni í Himli.”(meint 10 boðini, Op 11:19)

Hon hevur verið til frá byrjan heimsins, og er skrivað “ikki á steintalvur,” men í hjarta hvørt mansbarns, táið tað kom úr skaparans hond. Hóast tað, sum einaferð varð skrivað við fingri Guds, nú í stóran mun er skemmað av synd, kann tað ongantíð týnast, um vit hava eina hóming av, hvat er gottog hvat er ónt. Hvør tann einasti partur av hesari lógini má vera í gildi fyri alla mannaættina um allar tíðir. Hon er ikki treytað av tíð, av stað ella av nøkrum øðrum umstøðum, sum kann fáa lyndið til at broytast, men av lyndi Guds og menniskjans í tí óbroytandi sambandinum teirra millum.”

«Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma!»(Matt 5:17-18 er um 10 boðini - lesið víðari). . .Eg eri komin at staðfesta hesa lógina í síni fullu heild, og tað er uttan mun til allar menniskjansligar burturforkláringar. Eg eri komin at varpa ljós á tað, sum kundi verið ógreitt og ivasamt í lógini! Eg eri komin at boða ta fullu merkingina av hvørjum smáluti – fyri at vísa á longdina, breiddina og alt á strekkið í hvørjum einasta boði, sum tað ber í sær lógarinnar ófatiliga reinleika og andaligu fyllu í øllum greiningum hennara.

Wesley vísti á fulla samljóðið ímillum lógina og gleðiboðskapin. “Tað er tætt samband ímillum lógina og gleðiboðskapin, tí lógin ruddar slóðina fyri gleðiboðskapinum og sipar til hann. Hinvegin lærir gleðiboðskapurin okkum alsamt betur at síggja, hvussu vit halda lógina. Lógin áleggur okkum til dømis at elska Gud, at elska næsta okkara, at vera spaklynt, eyðmjúk og lýðin.” Vit halda fast við tann glaða boðskapin og trúgva, at “vit fylgja lógarinnar krøvum við trúnni á Jesus Kristus.”

Wesley segði eisini, at”fremst millum fíggindar gleðiboðskapi Kristusar standa tey, sum opið døma lógina” og “tala ilt um lógina.”Tey, sum læra fólk at bróta, at syndra, at útihýsa, ikki bara eitt av boðunum, tað minsta ella tað størsta, men øll boðini undir einum.

Tað mest undranarsama av øllum er, at tey, sum taka undir við hesum sviki, veruliga halda seg æra Kristus við at bróta lóg hansara og dýrmeta gerðir hansara, samstundis sum tey kollrenna læru hansara. Ja, tey virða hann á sama hátt sum Judas, táið hann segði: “Ver heilsaður rabbi, og kysti hann!” Á sama hátt kundi Jesus sagt við hvønn einstakan av teimum: “Svíkir tú Menniskjusonin við einum kossi?” . . .

“Tað er onki minni enn at svíkja hann við einum kossi, táið tú talar um blóð hansara, men tekur krúnuna burtur. Táið tú ikki virðir hvønn smálut í lóg hansara, men letst kotini at fremja boðskap hansara. Eingin, sum prædikar trúnna á slíkan hátt, kann koma sær undan hesari ákæruni, um viðkomandi beinleiðis ella óbeinleiðis setur kravið um lýdnið til viks – tí um hann prædikar Kristus fyri at avtaka ella á annan hátt at minka um nakað í boðum Guds . . .tá endurtekur hann judaskossin.”

Við tey, sum hildu uppá, at “prædikan av gleðiboðskapinum uppfyllir øll endamál lógarinnar,”svaraði Wesley: ”Vissuliga nokta vit tað fult og heilt. Tað uppfyllir ikki grundleggjandi endamáli lógarinnar, tí tað er at sannføra menniskju um synd, og at vekja tey, sum enn sova á markinum til Helviti.” Paulus ber fram, at “við lógini kemur ein einans at fata syndina,”(Rom 3:20) og ikki áðrenn,at eitt menniskja er sannført um sína synd, kann tað veruliga síggja tørvin fyri sáttargerðini við blóði Kristusar.

”Teimum frísku tørvar ikki lækna, men teimum sjúku,” sigur Harrin. ”Tað er høpisleyst at bjóða teimum frísku lækna. Fyrst mugu tey sannførast um, at tey eru sjúk; annars kunnu tey ikki takka tær fyri ómakin.. . . Á sama hátt er tað høpisleyst at bjóða teimum við frískum hjarta Kristus, táið tað enn ongantíð hevur verið í knúsi!”

Táið Wesley prædikaði náði Guds, royndi hann altíð á sama hátt sum Meistarin, at lyfta lógina upp til heiðurs og æru. Sum trúgvurtænari, gjørdi John Wesley tað arbeiðið, sum Gud gav honum, og hann fekkat síggja stór úrslit áðrenn hann doyði yvir 80 ára gamal - eftir eitt lív sum ferðandi prædikumaður í fleiri enn 50 ár. Viðhaldsfólkini vóru tá fleiri enn ein hálv millión í tali.

Men tey flestu av teimum, sum við hansara arbeiði vórðu lyft upp úr synd og vanæru til eitt reinari lív, verða ikki kend, fyrr enn hin stóri frelsti skarin einaferð savnast saman í Guds ríki. Lív hansara gjørdist ein ómetaliga góð læra fyri øll kristin. Gævi so, at trúgvin, eyðmjúkleikin og tað ómøðandi ágrýtni í ósjálvsøkni hjá hesum tænara Kristusar, verður afturspeglað í kirkjuni á okkara døgum.