Bardagin Mikli kapitel 15. Fra side 265tilbage

Bíblian og franska trúbótin

Í 16. øld royndi trúbótin, sum lat Bíbliuna upp fyri vanligum fólki, at vinna fram í øllum Evropa. Í nøkrum londum tóku fólk væl undir við henni. Í øðrum londum eydnaðist tað pávadøminum næstan at forða fyri henni, soleiðis attignarliga ávirkanin av Bíbliuni varð útihýst. Hóast ljósið slapp inn í okkurt land, var tað ikki altíð fatað í øllum myrkrinum. Í øldir stríddust sannleiki og villing um valdið. At enda sigraði óndskapurin og Himmalsins sannleiki var útistongdur. “Og hetta er dómurin, at ljósið er komið í heimin, og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið.”1Fólkið heystaði fruktirnar av valinum. Ávirkanin av Anda Guds var tikin frá einum fólki, sum hevði vanvirt náðigávuna. Tað ónda slapp at leika leyssloppið í, og allur heimurin sá úrslitið av, at tey við vilja høvdu vrakað ljósið.

Aldarlangt stríð ímóti Bíbliuni kom í hæddina undir fronsku kollveltingini. Hesin ræðuligi uppreisturin var rætt og slætt úrslitið av kúgan romakirkjunnar av heilagu Skriftini. Hann er greiðasta dømi um fylgjurnar av politikki romakirkjunnar, sum heimurin hevur sæð, og eitt dømi um úrslitini av læruni, sum hon í meira enn 1000 ár tá hevði strembað eftir.

Profetar spáddu, at Bíblian fór at verða kúgað, táið pávin fór at sita við valdið. Eisini Opinberingin vísir á tær ræðuligu avleiðingarnar av harradømi “lógloysins menniskja,” sum rakti Frakland so sera meint.

Bíblian kúgað
Eingil Harrans segði: “tey skulu í 42 mánaðir traðka hin heilaga stað undir fót.”. . . “Eg skal geva vitnum mínum báðum boð um, at tey skulu profetera í 1260 dagar, klæddir í sekk.” . . .”. . .Og táið teir eru lidnir at bera fram vitnisburð sín, skal dýrið, sum stígur upp úr botnleysa dýpinum, berjast við teir, sigrað á teimum og drepa teir.”. . . Lík teirra skulu liggja á gøtunum í stóra staðnum, hvørs andaliga navn er Sodoma og Egyptaland, har eisini Harri teirra varð krossfestur.”. . . “Tey, sum á jørðini búgva, skulu gleðast um tað, skera í fagnaðarróp og senda hvør øðrum gávur; tí hesir báðir profetar høvdu verið ein plága fyri tey, sum búðu á jørðini.”. . .”Men táið hálvurfjórði dagur var gingin, kom lívsandi frá Gudi í teir, og teir reistust á føtur. Og stórur ótti fall á tey, sum sóu teir.”

Nevndu skeiðini – “42 mánaðir” og “1260 dagar” – eru somu dagatøl og vísa til tíðina, táið samkoma Kristusar skuldi kúgast av romakirkjuni. Tey 1260 árini, pávin sat við valdið, byrjaðu í 538 og máttu tí enda í 1798. Um tað mundið hertók ein franskur herur Rom og tók pávan til fanga (general Berthier hjá Napoleon). Pávin doyði eitt ár seinni í fronskum fongsli. Hóast nýggjur pávi var valdur, fekk pávaveldið ikki nær til tað sama valdið, sum tað hevði áðrenn.

Jagstranin av samkomuni helt ikki á øll hesi 1260 árini. Gud hevði samkenslu við børnum sínum og stytti roynslurnar. Táið Jesus spáddi um “stóru neyðina,” sum samkoman fór at koma í, segði hann: ”Og vórðu hesir dagar ikki styttir, varð einki hold frelst, men fyri teirra skuld, sum útvaldir eru, skulu hesir dagar verða styttir.”3Trúbótin átti sín lut í, at jagstranin linkaði innan 1798.

Um tey bæði vitnini sigur profeturin: “Vitnini eru hini bæði oljutrøini, og báðir ljósastakarnir, ið standa fyri Harra jarðarinnar.”. . . og sálmaskaldið: “Orð títt er fóti mínum lykt og ljós á leið míni.”

Tey tvey vitnini
Vitnini bæði umboða Gamla og Nýggja testamenti. Bæði testamentini vitna um frelsuætlanina. Teknini, gleðiboðskapurin og brøvini í Nýggja testamenti siga søguna um Frelsaran, sum kom júst á tann hátt, sum boðað var við profetum. “Bæði vitni míni skulu profetera í 1260 dagar, klødd í sekk.”

Meginpartin av hesari tíðini vóru vitnini í myrkri. Pávaveldið royndi alt fyri at fjala sannleikans orð fyri fólkinum og bar eisini fram følsk vitnir, sum talaðu ímóti sannleikanum.Bíblian varð bannað av kirkjuligum og av verðsligum myndugleikum. Vitnisburðar hennara varð avskeplaðir, og roynt varð á allan hugsandi hátt, sum illir andar og menniskju kundu finna uppá, at leiða fólk burtur frá henni. Tey, sum vágaðu sær at boða hennara sannleikar, vórðu jagstrað, pínd og dripin fyri sína trúgv – ella noydd til at flýggja upp í fjøllini og niður í holir og hellir, ímyndaliga út í oyðimørkina. Hetta var tíðin, táið tey «tvey trúføstu vitnini profeteraðu klødd í sekk.» Tó hildu tey fram at vitna í øll hesi 1260 árini, tí sjálvt tey myrkastu tíðarskeiðini vóru góð fólk uppi á foldum, sum elskaðu Guds orð og vaktu yvir æru hansara. Hesum trúføstu tænarum gav Gud vísdóm, megi og myndugleika til at boða sannleikar hansara alla hesa tíðina.

”Um nakar vil teimum ilt, kemur eldur út úr munni teirra og oyðir fíggindarnar; ja, vil nakar teimum ilt, er tað soleiðis, hann skal drepast.”Her er læran, ar menniskju sleppa ikki órevsað frá at traðka Guds orð niður.

Seinasti kapittulin í Opinberingini vísir til, hvussu ræðuligar fylgjurnar eru: “Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir profetaorðini í hesi bók; leggur nakar nakað aftrat hesum, skal Gud leggja á hann plágurnar, sum skrivað er um í hesi bók. Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók.”

Hesar ávaringarnar gevur Gud okkum, so at vit á ongan hátt skulu broyta tað, sum hann hevur opinberað og givið boð um. Hesar álvarsomu ávaringar eru ætlaðar øllum, sum við ávirkan sínari lokka fólk til at lítilsvirða Guds lóg. Hetta átti at fingið tey, sum gáloysin siga, at tað ongan týdning hevur, um vit eru Guds lóg lýðin ella ikki, at nøtrast av ræðslu.

Øll tey, sum seta sína egnu hugsan hægri enn guddómligar opinberingar, øll tey, sum royna at broyta Bíbliunnar greiðu orð til sína egnu vælveru ella fyri at vera í samljóði við heimin, tey taka á seg eina ræðuliga ábyrgd. Skrivaða orðið, lóg Guds, vil uppmáta lyndið hjá øllum hvør sær og hendan snórabeina testin vil fordøma øll, sum lýst verða í troti fyri at lúka hana.

Kríggj ímóti heilagu Skriftini
Tíðarskeiðið, at tey bæði vitnini skuldu profetera klødd í sekki, endaði í 1798.Táið tíðin at arbeiða í hesum myrkri var endað, skuldi kríggj verða ført ímóti teimum av tí valdinum, sum nevnt verður “dýrið, sum stígur upp úr endaleysa dýpinum.”Í nógvum evropeiskum londum vóru kirkja og ríki stýrd av Satan við romakirkjuni sum millumgongumanni. Men her síggja vit eina nýggja fráboðan um eitt sataniskt veldi.

Við tí undanførsluni, at tað var av virðing fyri Bíbliuni, hevði romakirkjan við týðingini til latín fjøtrað hana í ókent mál, og soleiðis fjalt hana fyri vanliga fólkinum. Í veldistíð pávans profeteraðu vitnini “klødd í sekk”. Men ein onnur makt – dýrið úr botnleysa dýpinum (Op 13:1) – skuldi koma upp, og fara í opið stríð við Guds orð.

”Tann stóri býurin”, har vitnini vóru dripin, og har lík teirra liggja í gøtuni, nevnist “andaliga talað” Egyptaland. Millum allar tær tjóðir, sum Bíblian talar um, var Egyptaland hon, ið frekast hevði avnoktað tann livandi Gud og treiskast sett seg upp ímóti boðum hansara.Eingin ræðisharri vágaði sær at gera slíkan uppreistur ímóti himmalsins valdi, soleiðis sum kongur Egyptalands gjørdi tað. Táið Móses gav Farao Harrans boð, svaraði hann erpin: ”Hvør er Harrin, at eg skuldi akta hann og lata fólk Ísraels fara. Eg kenni einki til Harran, og lati ikki fólk Ísraels fara!”

Hetta var gudsnoktan, reindyrka ateisma, og tann tjóðin, hvørs andaliga navn er Egyptaland, hevði Frakland til fylgisvein, sum á sama hátt í vantrúgv og treiskni avnoktaði boðini frá tí livandi Gudi.“Stóri býurin” hevur eisini “andaliga navnið“ Sodoma. Siðloysi og ólevnaður tók seg upp í Sodoma, tí fólkið ikki virdi og helt Guds lóg. Henda sama syndin gjørdi seg eisini galdandi í landinum, sum svarar til lýsingina í skriftstaðnum.

Undurverd uppfylling
Skriftin sigur, at eitt sataniskt vald skuldi reisa seg stutt fyri 1798 og at tað skuldi fara í stríð við Bíbliuna. Landið, har bæði vitnir Guds skuldu tagna, skuldi vera álíkt gudloysinum hjá Farao og siðloysinum í Sodoma. (Op 11:8 er útlagt Frankaríki)

Hesin spádómurin er mest líkur tí, sum hendi í Fraklandi. Tí“undir kollveltingini í 1793, hoyrdi heimurin á fyrsta sinni eitt ríkisráð, hvørs limir vóru føddir og uppvaksnir í einum siðmentaðum landi, taka á seg at stjórna einum av fremstu tjóðunum í Evropa, sum avnoktaðu hátíðarligasta sannleikan givin er mannaættini, og tá einmælt vrakaðu trúnna á eksistensin av Gudi.”

”Frakland er einasta landið í øllum heiminumsíðani Farao, sum hevur eftirfarandi søguligan vitnisburð um, at tað sum tjóð hevjaði hondina í opnum uppreistri ímóti Skapara Alheimsins. Tað hava altíð verið og fara altíð at vera nógvir gudsspottarar og ateistar, gudloysingar, í Onglandi, Týsklandi, Spania og øðrum londum. Men Frakland hevur eina serstøðu í heimssøguni sum hin einasta kenda tjóðin, sum við lóg hevur kunngjørt, at eingin Gud er til. Harumframt tók fólkið í París og nógva aðrastaðni, bæði konur og menn, tóku ímóti hesari kunngerðini dansandi og syngjandi av gleði.”

Viðurskiftir líknandi gamla Sodoma gjørdu eisini skjótt um seg í Fraklandi. Undir kollveltingini var ólevnaðurin einki minni enn í Sodoma, sum Gud týndi saman við býunum í nánd. Søgufrøðingar seta eisini gudloysið og siðaloysið Fraklands í samband við spádómarí Bíbliuni: “Tætt knýtt at hesum lógum um átrúna var lógin, sum skerdi hjúnalagið – hin heilagsta skyldan menniskju kunnu átaka sær, og hvørs gildistíð er avgerandi fyri støðufesti í samfelagnum – sum gjørt var til avmarkaðan borgarligan sáttmála, sum tvey tá kundu binda seg til og siga úr gildi, sum teimum lysti.. . .Um djevlar høvdu lagt seg eftir at oyðilagt alt tað, sum vakurt og haldgott er í heimalívinum, og eisini tryggjaðu sær, at hesin skaðin eisini varð førdur víðari til næstu ættarliðini, høvdu teir ikki kunna funnið eina betri ætlan enn hesa niðurgerðina av hjúnalagnum. . . .Sophie Arnoult, ein sjónleikarkvinna, sum var kend fyri sítt andborna skemtingarsemi, eitt hittinorðað kvendi, lýsti hetta borgarliga hjúnalagið sum halgigerð ótrúskapsins.” . . .

”Har Harri teirra eisini varð krossfestur.” Hesin parturin av spádóminum gekk eisini út í Fraklandi. Illviljin ímóti Kristusi vísti seg ikki at hava verið størri í nøkrum øðrum landi enn júst her. Undir tí jagstran av boðarum gleðiboðskapsins, sum Frakland fór undir, krossfesti Frakland enn einaferð Kristus í lærusveinanna líki.

Í øldir fleyt blóð teirra trúgvandi. Valdensar doyðu í fjøllum Piemontes sum vitnir fyri “Guds orð og vitnisburð Jesus Krists.” Albigensar í Fraklandi vitnaðu á sama hátt um sannleikan. Undir trúbótini vóru tey dripin á ræðuligan og pínufullan hátt. Kongar og aðalsfólk, ja, øll tey fínu høvdu frøtt seg um líðing pínslaváttanna.

Teir djørvu huguenottarnir, sum stríddust fyri teimum rættindum, sum mannahjartað altíð metir hægst, høvdu latið blóð sítt á mangum vígvølli. Protestantar vórðu lýstir friðleysir, og virðislønir latnar fyri at handtaka teir. Menn og kvinnur vórðu jagstrað sum vill dýr.

Táið ”samkoman í oyðimørkini,” hesir eftirkomarar teirra kristnu, sum enn búðu í Fraklandi í 18. øld, og hildu fast við fedranna trúgv, á náttartíð hættaðu sær at hittast í einari fjallalíð ella í haganum, vóru tey jagstrað av hermonnum á rossabaki og summi drigin eftir rossi til lívlangan trældóm við árarnar á galaj-herskipum.Tey fínu, aðalbornu og best evnaðu vórðu fjøtrað í leinkjur og pínd saman við brotsmonnum.10 Onnur fingu miskunnsamari viðferð. Tey vóru kensluleyst skotin, táið tey vápnaleys fullu á knøini at biðja. Fólk í hópatali, gamlir menn, verjuleysar konur og sakleys børn lógu eftirá. Tey, sum fóruút til fjallalendið og skógirnar, har tey plagdu at hittast, sóu ofta bøin reyðan av blóði og “lík á vøllinum ella hangandi í trøunum fyri fjórðahvørt fótafet.”

Land teirra var oyðilagt av svørðinum, øksini og kneppum av brenni til bál “og broytt til eitt trølsligt kjarr.”. . .”Hesir ræðuleikar . . .hendu ikki í eini ómentaðari tíð, men á døgum Ludvíg´s XIV.. Vísindin strálaði, bókmentir blómaðu, gudfrøðingar við hovið og í París vóru sera væl lærdir og orðkringir menn, sum lótust at vera eyðmjúkir og kærleiksfullir.”

Tað ræðuligasta brotsverkið og mest devulsetta gerð í allar hesar ræðuligu øldirnar var tó Bartholomeusnáttin. Enn í dag minnist heimurin við ræðslu ómansligu og andstyggiligu valdsgerðina.

Eggjaður av katólsku prestastættini gav kongur Fraklands loyvi til hetta níðingsverk. Ein klokka, sum byrjaði at sláa á midnátt, var teknið til at byrja blóðbaðið. Protestantar í túsundatali, sum við áliti á lyftini í kongsins heiðursorðum svóvu friðarliga í song síni, vórðu drignir út á gøtuna og myrdir við køldum blóði.

Bartolomeusnáttin
Eins og Kristus varósjónligi leiðarin fyri fólki sínum út úr trældóminum í Egyptalanda, (1 Kor 10:4), so var Satan ósjónligi leiðarin fyri hesa skemdargerðina, sum margfaldaði talið av blóðvitnum. Í París helt blóðbaðið fram í sjey dagar. Fyrstu tríggjar dagarnar ráddi ein ófatiligur ørskapur. Hann var ikki bara í býnum. Kongurin gav greið boð um at víðka drápið til allar landslutir og býir, har protestantar vóru. Aldur og kyn hevði ongan týdning. Hvørki óseki nýføðingurin ella grái oldingin varð eirdur. Aðalsmenn og bøndur, ung og gomul, mammur og børn vóru høgd niður. Í heilar tveir mánar helt hópdrápið fram og 70.000 av tjóðarinnar bestu borgarum lótu lív.

Táið frætt var í Rom um blóðbaðið, vóru eingi mørk fyri stóru gleðini í leiðslu kirkjunnar. Kardinálurin av Lorraine lønti boðberanum við túsund dukátum. Kanónirnar í St. Angelos dundraðu eina skotkvøðu, allar kirkjuklokkur kimaðu, veitslubál broyttu nátt til dag, og Gregor XIII pávi gekk saman við kardinálunum og øðrum ráðandi innan kirkjuna skrúðgongu til hina heilagu Ludvíks kirkju, har kardinálurin av Lorraine messaði eitt ’Te Deum’ [Gudi vit lova] . . .

Eitt heiðursmerki varð gjørt til minnis um blóðbaðið. Og í Vatikaninum síggjast enn tríggir kálkmálningar av Vasari, sum lýsa álopið á herflotaovastan. Eisini, kongin og ráðharrar hansara, ið leggja ráð um illgerðina og síðani blóðbaðið sjálvt. Gregor sendi konginum “Hina Gyltu Rósu”, og fýra mánaðir seinni . . . sat kongurin sjálvglaður og lurtaði eftir prædiku hjá einum fronskum presti um “hin eydnusama dagin, táið hin heilagi faðirin fekk tíðindini, og gekk í hátíðarligari skrúðgongu fyri at takka Gudi og Ludvigi hinum heilaga.”

Gudloysi í hásæti
Sami meistaraheilin, sum legði Bartholomæusnáttina til rættis, skipaði eisini fyri allari kollveltingini.Jesus varð skírdur svíkjari, og herróp teirra fronsku vantrúgvandi ljóðaði “knúsið níðingin!” Og teir meintu við Kristus. Spottandi rópini, sum rukku líka til himmals, og andstyggiligi óndskapurin gingu hond í hond. Tey harðrendastu og mest siðleysu menniskjuni vórðu sett í hini hægstu størvini. Alt hetta var ein hálovan av Satan, ímeðan Kristus, sum er sannleikans, reinleikans og ósjálvsókna kærleikans kelda, varð krossfestur.

”Djórið, sum stígur upp úr botnleysa dýpinum, skal berjast við teir, sigra á teimum og drepa teir.” Teir ráðandi gudloysingar í Fraklandi undir kollveltingini bardust so ídnir ímóti Gudi og heilaga orðinum, at heimurin ongantíð fyrr hevur sæð nakað slíkt, sum kann sammetast við tað. Tjóðarráðið bannaði gudstænastum. Bíbliur vóru tiknar og við vanvirðing brendar alment. Lóg Guds varð traðkað niður. Bíbilskir siðir vóru avtiknir. Hvíludagurin, einaferð um vikuna, var settur til viks, og ístaðin tíggjundi hvør dagur nýttur til ólevna og gudsspottan. Dópur og altargangur vórðu bannað, og á kirkjugørðum vóru uppsløg, sum kunngjørdu, at deyðin er ein endaleysur ævigur svøvnur.

Gudsótti, søgdu tey, er als ikki keldan til vísdóm, tvørturímóti var gudsótti byrjanin til ørskap. Allur átrúnaður varð bannaður uttan tilbiðjan av frælsi og fedralandi.

Biskupurin í París varð settur til høvuðsleiklutin í skammiligasta og frekasta glantrileiki, sum yvirhøvur er sýndur í einum tjóðartingi. Hann skuldi ílatin sítt fulla skrúð kunngera fundinum, at tann trúgvin, sum hann hevði boðað í nógv ár - á øllum økjum var uppfunnin av prestum, og hvørki hevði røtur í søguni ella í heilagum sannleika. Hann avnoktaði hátíðarliga og greitt tann Gud, sum hann var settur til at tæna og bant seg til í framtíðini at fagna frælsi, javnstøðu, dygd og morali (brøðralagi).Síðani legði hann biskupaprýðini og ordansmerkini á eitt borð og hálsfevndist bróðurliga við fundarformannin. Nógvir fráfalnir prestar avnokaðusíðani eftir hansara fyridømi.”

“Tey, sum á jørðini búgva, skulu gleðast yvir teimum og vera fegin, og tey skulu senda hvørt øðrum gávur; tí hesir báðir profetar vóru teimum plága, sum á jørðini búgva.” (Op 11:10). Tað vantrúgvandi Frakland hevði nú fingið bæði vitnini at tagna (Gamla & Nýggja testamenti). Sannleikans orð lá deytt á gøtum Fraklands, og tey, sum hataðu avmarkingarnar í Guds lóg, fegnaðust. Menniskjuni vóru í opnum uppreistri ímóti himmalsins kongi. Sum syndarar í farnum tíðum róptu tey: “Hvussu skuldi Gud vita nakað? Kann nakar kunnskapur vera hjá hinum hægsta?”

Við spottandi frekleika, sum næstan er ótrúligur, segði ein av prestunum í nýggju skipanini: “Gud, hevn títt vanvirda navn, um tú ert til!Eg bjóði tær av! Sigur tú einki, torir tú ikki at sleppa vreiði tínari leysa? Hvør kann trúgva, at tú ert til?” Hetta er sum at hoyra endurljóð frá Farao: “Hvør er Harrin, at eg skal vera honum lýðin. . . Eg kenni ikki Harran!”. . .

Skynsemisgudinnan
”Dárin sigur í hjartanum: “Tað er eingin Gud!” (Sálmur 14,1). Og Harrin sigur um tey, sum reingja sannleikan: “. . .tí vitloysi teirra skal verða øllum opinberað.”15Stutt eftir at Frakland gavst at tilbiðja hin livandi Gud, fall tað í vanæruliga avgudadyrkan og tilbað “The Goddess of Reason” – Skynsemisgudinnan, persónsímyndað sum ein siðleys kvinna.

Hetta hendi í tjóðartinginum ? meðan landsins hægstu lóggevandi myndugleiki var til staðar. Søgufólk sigur frá, at eitt av hesum hátíðarhaldum hetta øra tíðarskeið stendur sum eindømi, hvat meiningsloysi og gudloysi viðvíkur: Dyrnar til tjóðartingið vórðu latnar upp, og við orkestri á odda gingu umboð fyri myndugleikarnar inn í hátíðarligari skrúðgongu, meðan teir sungu sálm frælsinum til heiðurs. Við sær høvdu teir millum sín eina fjalda kvinnu undir sløri, sum teir í framtíðini skuldu tilbiðja. Teir nevndu hana “skynsemisgudinnuna”. Komin heilt inn, varð slørið hátíðarliga tikið burtur, og hon settist tá undir høgru lið formansins. Tey flestu kendu hana aftur sum eina dansarinnu í operuni . . . Hon var vald sum besta umboðið fyri tað skynsemi, ið tey tilbóðu, og varð alment heiðrað av tjóðartingi Fraklands.

Gudleysi og grátuligi glantrileikurin fekk breiða undirtøku mestsum ein móti. Persónurin, sum valdur var til skynsemisgudinnu, varð tilbiðin um alt Frakland, og um hana ynsktu fólk at sýna sín samhuga til leiðsluna fyri kollveltingina.

Tingformaðurin, sum settifund til dyrkan av skynsemi,lýsti á fyrsta fundi: “Lóggevarar! Trongskygni er vorðið noytt tilat víkja fyri skynseminum. Veiku eygu tess toldu ikki bjartleika ljóssins. Í dag er ein stór mannamúgva savnað undir hesum gotiska hválvi, sum á fyrsta sinni hoyrir sannleikan. Her hevur franska fólkið nú avmerkt og hátíðarhildið ta einastu sonnu tilbiðing –frælsi og skynsemið. Her hava vit framsett ynskini um framgongd undir tjóðveldismerkinum. Hendan sálmikla livandi myndin er náttúrunnar undurverk.”

Táið gudinnan síðani varð førd inn í tjóðartingið, tók røðarin í hondina á henni, ímeðan hann vendi sær ímóti samkomuni, og segði: ”Tit deyðiligu, gevist við at nøtra fyri máttleysa vreiði Guds, sum er eitt fostur av tykkara egna ótta. Játtið tykkum ikki til nakran annan Gud enn skynseminið. Eg vísi tykkum tess tignarligastu og reinastu mynd. Um tit noyðast at hava ein avgud, eiga tit at ofra til avgudar sum hendan. . . .Fellið á knæ fyri frælsinum, høga ting, og fyri sløri skynsemisins! Eg endurtaki - sløri skynsemisins!”. . .

“Táið forsetin hevði hálsfevnt gudinnuna, varð hon leidd á ein prýðiligan vogn og ein øgilig mannamúgva fylgdi henni til Notre Dame dómkirkjuna har at taka guddómsins sæti. Í kirkjuni var hon lyft upp á háaltarið og tilbiðin av øllum, sum komu hagar.”

Stutt eftir varð Bíblian brend alment. Ein dagin fóru “La Société populaire du Muséum” inn í býráðssalin, meðan teir róptu: “Vive la Raison!”(Livið skynsemið!)Við sær høvdu teir eina stong við hálvbrendum bønarbókum og messubókum og eintak av Gamla og Nýggja testamenti, sum “á einum stórum báli,”segði formaðurin,”hevur fingið sína revsing fyri allar dáragerðirar, ið hesar bøkur hava fingið mannaættina at gera.”

Andalig fátækt
Tað var pávaveldið, sum byrjaði tað verkið, sum gudloysið fullførdi. Politikkur romakirkjunnar hevði skapt tey samfelagsligu, politisku og átrúnaðarligu viðurskiftini, sum brádliga førdi til undirgang Fraklands.

Rithøvundar, sum siga frá ræðusøgunum undir kollveltingini, vilja vera við, at trónan og kirkjan saman vóru atvoldin til hendan ólevnaðin. Fyri rættvísis sakir eiga vit at geva kirkjuni ábyrgdina. Pávadømið hevði eitrað sinn konganna ímóti trúbótini, og kallaði hana fyri fígginda hjá krúnuni, at hon var rótin til allar ósemjur og fór at seta frið og samljóð tjóðarinnar í álvarsaman vanda. Tað var andin frá romakirkjuni, sum soleiðis skapti gróðrarbotnin fyri ræðuleikunum og tí hatursfullu kúganini, sum kongar verksettu og fólkið upplivdi frá trónuni.

Frælsisandin kom úr Bíbliuni. Allastaðni, at fólk tók ímóti gleðiboðskapinum, vaknaði fólksins sál. Tey fóru undir at loysa seg úr tí fjøtran, sum hevði gjørt tey til trælir av óvitan, siðloysi og pátrúgv. Kongarnir sóu alt hetta, sum hendi, og skulvu av ótta. Fólkið fór at hugsa og bera seg at sum menniskju. Hetta sóu fúrstarnir, sum stúrdu fyri sínum einaræði.

Romakirkjan kýtti seg at eggja hesa stúran upp til ótta. Í 1525 segði pávin við Fraklands kong: ”Hesin ørskapurin (protestantisman) fer ikki einans at ørkymla og oyðileggja átrúnaðin, men eisini at týna alt fúrstaveldið, allan aðalin, allar lógirnar og øll tignarstørv.” Nøkur fá ár seinni gav ein sendiharri pávans konginum hesa ávaring: ”Tygara hátign, latið tygum ikki tøla. Protestantarnir vilja broyta allar borgarliga og átrúnaðarligar skipanir. . . . Trónan er í sama vanda sum altarið.. . . Kemur ein nýggj trúgv, fer hon uttan iva eisini at føra til ein nýggjan hátt stjórna.”20 Gudfrøðingar vendu sær til fordómar í vanliga fólkinum, tá teir bóru fram, at protestantiska læran “lokkar fólk til okkurt nýtt og tápuligt; at hon tekur borgarans kærleika til kongin frá honum og syndrar bæði kirkju og ríki. Soleiðis eydnaðist Rom at fáa Frakland at berjast ímóti trúbótini. Tað var fyri at varðveita kongsveldið, fyri at verja aðalin og fyri at halda lógarskil, at jagstranarsvørðið av fyrstan tíð varð drigið fram í Fraklandi.”

Teir ráðandi sóu ikki frammanundan úrslitini av hesum vanlukkuliga politikki. Um fólk høvdu tikið við læru Bíbliunnar, hevði hon sátt í sinn og hjarta rættvísi, fráhald, sannføring og næstrakærleika, sum er hornasteinur fyri øllum framburði hjá einari tjóð. ”Rættvísi lyftir tjóðina upp . . . og við rættvísi verður trónan grundfest.. . . Rættvísi fremur frið, rættvísi hevur við sær ró og tryggleika í allar ævir.”22 Tey, sum eru Guds lóg lýðin, virða eisini landsins lógir. Tann, sum óttast Gud, vil eisini æra kongin, táið hann útinnur rættvísi og lógligan myndugleika. Men til alla ólukku bannaði Frakland Bíbliuna og lýsti lærusveinar hennara í bann. Í øldir noyddust trúfastir, rættvísir og vitigir menn við góðum sinnalagi, sum høvdu mansmót og dirvi, at játta sína trúgv við, at líða fyri sannleikan, arbeiða sum trælir á galajunum, doyggja á báli ella at fúna burtur í fongsli. Fólk í túsundatali bjargaðu tó lívinum við at flýggja av landinum. Hetta helt á í eini 250 ár eftir, at trúbótin byrjaði.

Órættur gevur vanlukkur
Hetta drúgva tíðarskeiðið var neyvan eitt ættarlið av fransmonnum, sum ikki sá lærusveinar gleðiboðskapsins flýggja undan stívrendu og vreiðu jagstrarum sínum. Hesi flóttafólk tóku við sær úr landinum ta vitan, tær listagávur, tað arbeiðssemi og tað skil, sum tey vanliga vóru kend fyri. Allar hesar gávur ríkaðu ístaðin tey londini, sum tey komu til og funnu særfriðarskjól.

Í sama mun, sum onnur lond fingu gagn av gávum teirra, misti Frakland sínibestu fólk.Um hesi ídnu, evnaríku og dugnaligu fólk, sum vórðu noydd í útlegd hesi 300 árini, ístaðin vóru verandi í Fraklandi og dyrkaðu jørðina; nýttu listargávur til at betra vørur Fraklands; um skapandi megi teirra hevði ríkað franskar bókmentir og vísindir; um vísdómur teirra var leiðreglan í politikki Fraklands, um dirviðvar íbardagum Fraklands; um rættvísi teirra var brúkt at smíða lógir Fraklandsog um trúarlæra Bíbliunnar hevði stimbrað vísdómin og leitt samvitsku fransmanna ? so hevði hendan drúgva tíðin tænt Fraklandi til varandi heiður! Tað hevði verið eitt stórt, ríkt og eydnuríkt land ? ein fyrimynd fyri allar tjóðir.

Men blinda og eirindarleysa trongskygni jagstraði øll burtur, sum reiðiliga boðaðu og stríddust fyri dugnasemi, landaskili og trúgv síni. Hesir, sum kundu gjørt land sítt kent um allan heimin, fingu valið ímillum bálið ella at flýggja til annað land. Og til endans lá Frakland í sorli. Her var eingin við samvitsku eftir at áleggja bann. Her var eingin trúgv eftir at draga á bálið og eingin fosturlandskærleiki eftir at jagstra í útlegd.”23Kollveltingin og ræðuleikar hennara vóru syrgiliga úrslitið.

Táið huguenottarnir vóru flýddir, kom stór afturgongd í Fraklandi. Blómandi ídnaðarbýir fánaðu burtur, og fruktagóð økir vórðu til oyðilendir. Andaligt dølskni og ólevnaður tóku seg upp eftir eitt tíðarskeið við óvanligum framburði. París gjørdist til eitt stórt fátækrahús. Hildið verður, at 200.000 fátækralimir høvdu tørv á almennum stuðli frá kongi, táið kollveltingin kom. Jesuittar vóru teir einastu, sum blómaðu í hesari fúnandi tjóðini. Teir stjórnaðu við harðrendum einaræði kirkjum, skúlum, fongslum og galajum.

Sosiala neyðin
Gleðiboðskapurin hevði kunnað givið Fraklandi loysnir til alla hesa politisku og samfelagsligu neyðina, sum varð ov stór fyri prestastættina, kongin og lóggevarnar og at enda leiddi landið útí eitt fullkomið lógloysi og sorlaði tað.

Men undir harradømi romakirkjunnar hevði fólkið mist Frelsarans læru um ósjálvsøkni og næstrakærleikan úr eygsjón. Tey vóru vand av við at vísa sjálvsnoktan til gangs fyri onnur. Funnist var ikki at teimum ríku, táiðtey kúgaðu tey fátæku, sum onga hjálp fingu í sínum eyðmýkjandi trældómi.

Sjálvsøkni teirra ríku og valdsmiklu versnaði til eitt tyngjandi ok. Gramligi og fyrilitarleysi framferðarháttur aðalsins førdi til einanáðisleysa mergsúgving av bóndunum. Tey ríku vóru órættvís ímóti teimum fátæku, og tey fátæku hataðu tey ríku.

Allur kristindómur og Bíblian vórðu í 1793 bannað í Fraklandi – Einki annað tjóðarting hevur tikið eina so farao-kenda gudsnoktandi avgerð fyri alt fólkið.

Í nógvum landslutum átti aðalin alla jørðina, og bøndurnir vóru bara festarar. Teir vóru í valdi góðseigarans og noyddust at lata sær lynda órímiligar treytir. Tað var miðalstættin og lægru stættirnar, ið vóru noyddar at stuðla kirkjuni og ríkinum, og tey guldu høgan skatt bæði til borgarligu myndugleikarnar og til prestastættina.

Ynskir aðalsins var lóg; og hesir kúgarar lótust ikki um vón, um bøndur doyðu í hungri . . . Fólkið varð noytt at lata áhugamál góðseigarans koma fram um alt annað. Húskallar slitu seg upp og gjørdust sjúkir, men eingin hjálpti teimum. Um teir vágaðu sær at kæra sína neyð, vóru teir viðfarnir við vanvirðing. Dómstólurin gav altíð aðalinum viðhald, og at mutra dómarar var heilt vanligt. Minstu lúnur yvirstættsins vórðu til lóg orsaka av tí vanliga mutrinum. Minni enn helvtin av skattinum, sum vanliga fólkið varð noytt til at gjalda, fann leiðina fram til skattakømur kongsins ella biskupsins. Hin helvtin fór til ólevnað og oyðsl.

Hesir menn, sum mergsugu síni medmenniskju, rindaðu sjálvir ongan skatt, og landsins lóg ella siðvenja gav teimum rætt til øll almenn størv. Yvirstættirnar taldu tilsamans eini 150.000 fólk. Og fyri at kunna liva í njótan, vórðu fólk í milliónatali dømd til eina vónleysa og vanæruliga tilveru, so at yvirstættin kundu hava jól og góðar dagar.

Lastir og marglæti
Við hovið livdu tey í fyrilitarleysum marglæti. Álit var einki ímillum fólkiðá hovið og teir ráðandi. Atgerðir frá stjórnini vórðu møttar við misáliti og stemplaðar listilærdar og sjálvsøknar. Meira enn 50 ár undan kollveltingini sat Ludvig XV. á trónuni. Sjálvt í hesi siðleysu tíðini var hann meira enn vanliga latur, líkasælur og njótingarsjúkur.Av tí at yvirstættin var spilt og ónd, undirstættin fátæk og óvitandi, fíggjarviðurskiftir landsins veik, og tí fólkið var beikst, var ikki neyðugt at hava profetisk eygu fyri at spáa um tann ræðuliga uppreistur, sum lá og bíðaði. Táið ráðharrar kongsins ávaraðu, svaraði kongurin ofta: ”Roynið at fáa alt at glíða, so leingi sum eg livi; eftir deyða mín kann alt gera tað sama.” Uttan úrslit søgdu teir honum, at ábøtur vóru neyðugar. Hann sá tað sjálvur, men hann hevði hvørki dirvið ella ágrýtni til at gera nakað við tað. Undirgangurin, sum bíðaði Fraklandi, hoyrdist einamest týðiliga í hansara afturvendandi dølsku og sjálsøknujúkandi niðurløgu: ”Eftir meg kemur syndaflóðin.”

Við at gagnnýta øvundsjúku konganna og aðalsins fekk romakirkjan teir til, at halda fólkinum niðri í trældómi væl vitandi, at staturin av hesum viknaði, og at bæði valdsharrarnir og fólkið síðani vórðu noydd til at geva seg undir hana. Framskygda romakirkjan skilti, at neyðugt var at fjøtra sál fólksins, um tað skuldi eydnast at trælka tað. Tryggasti hátturin at trælabinda tað, var at forða leiðina til frælsi. Nógvar ferðir verri enn hin likamliga líðingin av politikki Roma, var tað sjónliga moralska forfallið. Fólkið kendi ikki læru Bíbliunnar og var tí givið upp til skutils fyri rangu sjálvsøknu læru romakirkjunnar. Sveipað inn í fávitsku, pátrúgv og sokkin í ólevnað vóru tey ikki før fyri at stjórna sær sjálvum.

Men úrslitið gjørdist eitt heilt annað enn tað, sum romakirkjan hevði hugsað sær. Heldur enn at halda almúgvurnar í blindum lýdni ímóti lærusetningum kirkjunnar, fekk hendan politiska ætlan fólk at gerast vantrúgvandi og uppreistrarsinnað. Tey hildu hánt um katolisismuna, sum tey mettu at vera prestalig lokabrøgd, og tey mettu prestastættina fyri at vera samseka í kúganini, sum teimum var fyri. Tann einasti gud, tey kendu, var gudur romakirkjunnar. Og læra romakirkjunnar var hin einasta trúarlæra teirra. Tey sóu grammleika og óndskap kirkjunnar sum natúrliga avleiðing av læru Bíbliunnar – og tey vildu tí einki hava við hana at gera.

Leiklutur kirkjunnar
Romakirkjan hevði givið fólki eina falska mynd av lyndi Guds og krøvum hansara, og tey vrakaðu nú bæði Bíbliuna og høvund hennara. Kirkjan vísti av órøttum til Bíbliuna, eins og hon tók hon undir við krøvum kirkjunnar, fyri at fólkið blint skuldi vera hennara lærusetningum lýðin.

Voltaire og felagir hansara svaraðu hesum aftur við at vraka Guds orð og at sáa vantrúgv allastaðni. Romakirkjan hevði roynt at knúska fólkið undir jarnhælin, men nú, tey loystu seg úr einaræðinum, slepti vanvirda og sviknafjøldin øllum fyrilitum. Fylt av vreiði ímóti teimum gimsteinaglitrandi lygnaranum, sum tey so leingi høvdu sýnt hávirðing, vrakaðu tey nú bæði sannleikar og lygnir. Trælir ólevnaðins sóu ikki munin á fyrilitsloysi og á frælsi, ímeðan tey hálovaðu tí gyklaða frælsinum.

Táið kollveltingin byrjaði gav kongurin umboðum fólksins meirilutan í tjóðartinginum. Valdið var nú í hondum fólksins, men tey vóru ikki búgvin til at nýta hetta vald skynsamt og hóvsamt. Í ágrýtni fyri at hevna tann órætt, teimum hevði verið fyri, settu tey sær fyri at broyta samfelagið. Fylt av beiskum minnum um gamlan órætt, setti eitt uppøst fólk sær fyri at gera enda á tí ótolandi vesaldóminum og at hevna seg inn á fólkini, sum tey hildu vóru sek í líðingum sínum. Tey kúgaðu gjørdu eftir fyrimyndini frá valdsharrum sínum og kúgaðu nú hesi, sum áður høvdu kúgað tey.

Sáðing og heysting
Í blóðbaði heystaði Frakland, sum tað hevði sátt. Avleiðingin av lýdni tess ímóti romakirkjuni var ræðulig. Á tí sama staðnum, har Frakland undir ávirkan katólsku kirkjunnar við byrjan trúbótarinnar hevði kynt tað fyrsta blóðvitnisbálið, var tann fyrsta guillotinan sett upp. Júst á tí staði, har fyrstu protestantisku blóðvitnini vóru brend í 16. øld, vóru tey fyrstu ofrini nú dripin í guillotinuni í 18. øld.Táið Frakland vrakaði gleðiboðskapin, sum kundi havt bjargað landinum, lótu tey dyrnar upp fyri vantrúgv og undirgangi. Táið tey noktaðu at vera lóg Guds lýðin, megnaðu mannagjørdu lógirnar ikki at hava tamarhald á menniskjans tráan, og landið fyltist av uppreistri og lógloysi. Stríðið ímóti Bíbliuni boðaði frá einum tíðarskeiði, sum í heimssøguni verður nevnt “ræðslustýrið”. Friður og eydnusemi hvarv úr heimunum og úr hjørtunum. Eingin kendi seg tryggan. Maðurin, sum sigraði í dag, var í morgin undir illgruna og dømdur. Harðskapur og girnd sást allastaðni.

Kongurin, prestastættin og aðalin noyddust at geva seg undir miskunnarleysuppøst beisk fólk. Kongurin varð tikin av døgum, sum birti í enn meira hevndarhug. Teir, sum høvdu dømt hann til deyða, vóru sjálvir tey næstu ofrini á skafottinum. Avgjørt var at taka øll av døgum, sum vóru undir illgruna fyri at vera ímóti kollveltingini.

Einaferð sótu 200.000 menniskju í teimum kjokkfullu fongslunum. Í øllum býum sóust ræðuligar gerðir. Ein bólkur av kollveltingarsinnaðum var ímóti einum øðrum bólki, og alt Frakland gjørdist ein vígvøllir hjá eldhugaðum og stríðandi mannfjøldum. “Í París var ein samanbrestur fyri og annar eftir. Og fólkið býtti seg í eitt ótal av klikum, hvørs einasta mál var at gera av við hvørt annað.”

Fyri at gera ilt verri, fór landið eisini í eitt langt og oyðandi kríggj ímóti øðrum stórveldum í Evropa. ”Landið var um at fara av knóranum. Hermenn fingu ikki løn og mótmæltu harðliga. Fólkið í París svøltaði og kring landið gjørdu ránsmenn um seg. Tað skipaða samfelagið druknaði í lógloysi og ólevnaði.”

Leiklutir skifta
Fólkið hevði alt ov væl tikið við læru romakirkjunnar og bar seg at hareftir. Hevndarløtan var komin. Nú vóru tað ikki tey kristnu, sum skuldu fongslast og brennast, tey vóru fyri langt síðani deyð ella flýdd. Náðisleysa romakirkjan kendi nú á egnum kroppi, at tað deyðiliga valdið nú var hjá teimum, sum hon sjálv hevði lært upp til kensluleysa jagstran og blóðbað. ”Í mannaminni hevði franska prestastættin staðið fyri jagstran, og nú fekk hon tað afturlønt. Á skafottunum fleyt blóð prestanna. Galajirnar og fongslini, sum áður vóru fylt av huguenottum, vóru nú fylt av illgerðarmonnum teirra. Fjøtraðir og sitandi við árarnar kendu katólsku prestarnir á egnan kropp allar tær líðingarnar, sum kirkja teirra í so stóran mun hevði givið teimum friðarligu sonevndu trúarvillingum.”

”Og nú komu dagarnir, táið tær bonskastu mest kavráu av øllum lógum vóru umsitnar av tí harðrendastu av øllum stjórnum, táið eingin kundi heilsa granna sínum ella biðja bønir sínar . . .uttan at seta seg í vanda fyri at hava framt grovt lógarbrot, tí njósnarar lúrdu á hvørjum gøtuhorni, og dagarnir, tá fongslini vóru ovfylt sum lastir á trælaskipum, táið gøturnar skúmaðu av blóði, sum ígjøgnum veitir og løkir rann út í Seinen. Guillotinan arbeiddi nú hvønn morgun eins og ein ídnaður . . .

Meðan fullir vognar av ofrum koyrdu gjøgnum gøturnar til avrættingarstaðin, hildu embætismenn, sum hægstaráðið hevði sent út um landið, ólátisveitslur við enn verri ræðuleikum enn inni í høvuðsstaðnum.

Guillotinan arbeiddi ov seint. Røðir av fangum vóru skotnir. Ovurfyltir áarprammar orðu boraðir og søktir. Lyon var umskapað til eina oyðimørk. Í Arras var fangunum noktað ein ræðuligan, men skjótan og miskunnsaman deyða. Framvið Loireá gjørdu stórir flokkar av krákum og øðrum rovfugli sær dælt av naknum líkum, sum lógu slødd í óhugnaligum hálsfevningum. Munur var ikki gjørdur á kyni og aldri. Dreingir og gentur um seytjan ára aldur vóru í hundraðtali myrd av hesi andstyggiligu stjórnini. Nýføðingar vórðu skræddir frá móðurbrósti og tveittir sum leikur millum spjót í langari røð av jakobinarum.24 (politisk rørsla, ums). Hesi 10 árini lá eitt ótal av fólki eftirá.

Villleiðir dult ílatin
Hetta var júst tað, sum Satan í øldir hevði stríðst fyri. Ætlan hansara er bert at svika úr enda í annan, og vilji hansara er at kalla vanlukkur og vesaldóm yvir øll menniskju, og við tí at oyðileggja og eitra skaparverk Guds, og at órógva allar ætlanir Guds um vælvilja og kærleika, fyri á tann hátt at vekja í sorg í Himli.

Við lokkandi kynstrum blendar hann menniskju og fær tey at halda, at hesin vesaldómurin er Guds vilji og verk hansara.Hann lokkar tey, sum eru spilt av devulskapi hins ónda, at fara út um øll mørk av grimd, táið tey kenna seg fræls. Einaræðisharrar og kúgarar siga síðani hesa fyrilitarleysu og andstyggiligu framferðina at vera neyðuga fyri at fáa frælsi.

Táið ein falslæra í duldum búna er avdúkað, letur Satan falsið í ein annan búna og fjøldir lata seg aftur lumpa. Táið fólkið skilti, at katólska læran bygdi á fals, og Satan ikki longur kundi virka við henni fyri at fáa fólk at bróta lóg Guds, fekk hann tey at síggja allan átrúna til falslæru og Bíbliuna at byggja á gudasøgn. Tey vrakaðu lógir Guds og góvu seg til at dyrka lastir og ótamdar syndir.

Lagnutunga mistakið, sum hevði við sær so stóra vanlukku fyri fronsku tjóðina, var, at tey ikki vildu kennast við tann stóra sannleikan, at tað sanna frælsið er at finna innan fyri leiðbeiningina í Guds lóg.

“Hevði tú viljað givið boðum mínum gætur! Tá skuldi friður tín verðið sum áin, og rættvísi tín sum havsbylgjurnar.“ . . .“Hini gudleysu hava ongan frið! sigur Harrin.” . . . “Men tann, ið lurtar eftir mær, býr tryggur og hvílir í friði uttan ótta fyri vanlukku.”

Gudloysingar, fríteinkjarar og fráfallin stríðast ímóti og avnoktað Guds lóg, men úrslitini av ávirkan teirra vísir, at vælferð menniskjans er tætt knýtt at lýdni teirra ímóti teimum guddómligu lógunum. Tey, sum ikki vilja læra hetta av orði Guds, mugu læra tað av heimssøguni.

Tá Satan virkaði um romakirkjuna fyri at fáa menniskju at vera Gudi ólýðin, hendi tað á so loynifullan hátt, at eingin skilti, at vanæran og armóðin, ið taðbar við sær, kom av ólýdni ímóti lógini. Guds andi stríddist so hart ímóti honum, at hann varð forðaður at fullføra sínar ætlanir. Fólk vóru ikki før fyri at knýta atvold við virkna og varnaðust tí ikki sonnu grundina til vesaldómin. Men undir kollveltingini setti tjóðartingið púra opið Guds lóg til síðis, og tað ræðsluveldi, sum kom til sjóndar, gav sjón fyri søgn.

Táið Frakland alment vrakaði Gud og Bíbliuna, frøddust ónd fólk og myrkursins maktir um, at hava fingið tað, sum tey so leingi høvdu tráað eftir – eitt ríki, sum var leyst av lógum og forboðum Guds. “Av tí, at ónda gerðin ikki fær dómin oman yvir seg við tað sama, fær hjarta mansbarnsins dirvi at gera tað, ið ilt er.”

Ikki slepst undan, at ólýdni ímóti einari rættvísari lóg førir til armóð og undirgang. Hóast óndskapur menniskjans ikki straks er revsaður, sleppa tey ikki undan revsingini. Aldarlangt fráfall og brotsverk hevði savnað saman vreiði til hevndarinnar dag, og teir gudleysu varnaðust ikki, fyrr enn ov seint var, avleiðingarnar av misgerðum sínum, og hvussu ræðuligt tað er, alt ov leingi at royna og freista tol Guds. Andi Guds, sum heldur ræðuveldi Satans í skák, steðgaði stóran part av virkseminum, og hann, sum hevur frægd av ússaligheitum menniskjans, fekk frið til at virka, sum honum lysti.

Tey, sum valdu at tæna kollveltingini, heystaðu fruktirnar. Landið fyltist av brotsverkum so ræðuligum, at ikki ber til at greiða frá teimum. Í oyðiløgdum býum kring alt landið hoyrdust ræðulig pínuskríggj. Frakland skalv sum av hørðum jarðskjálvta. Átrúnaðurin, lógirnar, samfelagsskipanin, familjan, staturin og kirkjan vórðu sorlað sundur av tí freku hondini, sum hevði hevjað seg ímóti lóg Guds.

Vísmaðurin segði hesi sannleiksorðini: “. . . men hin gudleysi fellur við gudloysi sínum.” . . . “Av tí at hin ónda gerð fær ikki dómin yvir seg við tað sama, fær hjarta menniskjans dirvi til at gera tað, ið ilt er – við tað at syndarin 100 ferðir kann gera ónt og livir tó leingi – Men eg veit kortini, at teimum skal gangast væl, sum óttast Gud, aftur fyri at tey óttast ásjón hansara, men at tað ikki skal gangast hinum gudleysa væl, og at hann sum skuggin skal ikki liva leingi, við tað at hann óttast ikki Gud.” . . .“Afturfyri at tey hataðu kunnskap og vrakaðu at óttast Harran, so skulu tey eta ávøkstin av atburði sínum og verða mettað av sínum egnu ráðum.”

Bíblian kemur til æru og tign
Trúføstu vitnir Guds (GT+NT), sum dripin vórðu av tí gudsháandi valdinum, sum steig “upp úr botnleysa dýpinum”, skuldu ikki tiga leingi.”Men táið hálvurfjórði dagur var liðin, kom lívsandi frá Gudi í teir og teir reistust á føtur. Og stórur ótti fall á tey, sum sóu teir.” Tað var í 1793 at løgskipanir samtyktust í franska tjóðartinginum, sum beindu fyri tí kristnu trúnni og vrakaðu Bíbliuna.

Hálvfjórða ár seinni varð ein lóg samtykt, sum broytti hesar løgskipanir og aftur loyvdi Bíbliuna.Heimurin var skelkaður av teimum ræðuligu syndunum, sum vrakanin av heilagu Skriftini førdi til, og sá, at trúgvin á Gud og orð hansara er ein fortreyt fyri góðum siðalag og livihátti.

Harrin segði:“Hvønn hevur tú háðað og spottað? Hvørjum hevur tú lyft rødd tína ímóti? Móti hinum heilaga Ísrael hevur tú í hugmóði lyft eygunum!” . . .”tí skal eg hesa ferð lata tey kenna, ja, eg skal lata tey kenna hond mína og styrki mína, og tey skulu sanna, at navn mítt er Harrin.”

Bíbliufeløg og misjónsfeløg spíra fram
Um tey bæði vitnini sigur profeturin eisini: ”og teir hoyrdu harða rødd av himli siga við teir:”Komið upp higar!” Tá fóru teir í skýnum upp til himmals – fyri eygum fígginda sína.”29Síðani Frakland fór í kríggj ímóti báðum vitnum Guds (GT+NT), hava tey notið størri æru enn nakrantíð áður. Í 1804 vórðu Bretska og Útlendska Bíbliufelagið stovnað. Seinni komu feløg av sama slagi, umframt hópur av deildum á evropeiska meginlandinum. Í 1816 var Amerikanska Bíbliufelagið stovnað. Tá Bretska Bíbliufelagið kom, varð Bíblian prentað og kom út á 50 ymiskum tungumálum. Síðani er hon týdd til hundratals meginmál og eisini til bygdamál.

Tey 50 árini innan 1792, var áhugin fyri trúboðan lítil. Eingir felagsskapir vórðu stovnaðir, og fáar vóru tær kirkjur, sum royndu at boða kristindómin til heiðin lond. Men í endanum av 18. øld hendi ein stór broyting á hesum økinum. Fólk vóru ónøgd við úrslitið av rationalismuni (vitanartrúnni) og sóu tørvin á guddómligum opinberingum og einari trúarlæru, sum var førd út í lívið. Eftir tað gekk trúboðanin uttanlands framá við miklari ferð.

Menningin í prentlistini setti nýggja ferð á útbreiðslu av Bíbliuni. Betraða samferðslan millum lond, minking av samfelagsligari forðing, fordómi og tjóðskaparligum sjálvsøkni afturat tí, at vald pávans viknaði, slóðaðu fyri útbreiðsluni av Guds orði. Í nógv ár bar til frítt at selja Bíbliuna á gøtuni í Rom, og hon er nú borin út til øll búgvandi støð í heiminum.

Gudloysingurin Voltaire segði einaferð reypandi: “Mær leiðist við at hoyra fólk endurtaka, at tólv menn byrjaðu ta kristnu trúnna. Eg vil prógva, at ein maður megnar at beina fyri henni.” Nú eru fleiri ættarlið síðani at hann doyði. Fólk í milliónatali fóru upp í stríðið ímóti Bíbliuni, men hon er alt annað enn týnd, og har sum tað á døgum Voltaires vóru hundrað, eru í dag tíggjutúsund, ja hundraðtúsund eintøk av Guds bók.

Ein av fyrstu trúbótarmonnunum hevði rætt, tá hann segði: “Bíblian er ein amboltur, sum hevur slitið nógvar hamrar upp.” Harrin segði: ”Einki vápn, sum smíðja verður ímóti tær, skal náa máli sínum. Hvør tunga, sum setir seg ímóti tær, skalt tú fáa dómfelda – sigur Harrin.” . . . “Grasið verður turt, blóman følnar; men orð Guds okkara stendur fast til ævigar tíðir!”

“Øll boð hansara eru trúføst; tey standa fast í allar ævir, tey eru gjørd í sannleika og rættvísi!”Alt, sum byggir á myndugleika menniskjans vil fella, men tað, sum hvílir á ævigu klettagrund Guds, heldur um allar ævir.