Bardagin Mikli kapitel 16. Fra side 289tilbage

Flýggjan í frælsi

Teir ensku trúbúbótarmenninir avnoktaðu lærusetningar katólsku kirkjunnar, men hildu fast við stóran part av reglufestinum (liturgi, ytri gudsdyrkan). Hóast teir vendu katólsku kirkjuni bakið, var nógv siðvenja og mannagongd varðveitt í gudstænastuni hjá ensku ríkiskirkjuni. Hildið var, at hesir siðir og mannagongdir ikki vóru ein samvitskuspurningur, og at hetta í sjálvum sær ikki var nakað ónt. Rætt er tað, at Bíblian ikki umtalar hetta, og tí hevði tað ikki serligan týdning, men hinvegin, var hetta heldur ikki bannað. At halda fram við hesum siðum minkaði umgjónna millum broyttu kirkjuna og romakirkjuna, og onkur bar fram, at hetta kundi birta undir, at katolikkar við tíðini fóru at taka undir við protestantismuni.

Hjá teimum afturhaldssinnaðu vigaðu hesi sjónarmið tungt. Men aðrir høvdu aðra fatan. Tann sannroynd, at hesir siðir “møguliga kundu byggja brúgv millum Rom og trúbótina,”1 var eftir hugsan teirra nóg góð grund til at avtaka teir. Teir sóu siðirnar at vera tekin til trældómin, tey vóru sloppin úr, og ikki ynsktu aftur. Tey hildu uppá, at Gud í Bíbliuni hevur gjørt reglur fyri mannagongd í gudstænastuni, og at fólk ikki eiga at broyta hesar reglur. Stóra fráfallið kom júst av royndunum at tvinna myndugleika Guds saman við myndugleika kirkjunnar. Romakirkjan byrjaði við at krevja tað, sum Gud ikki hevði bannað, og endaði við at banna tað, sum Gud greitt hevði kravt.

Nógv ynsktu hjartaliga at venda aftur til tað reina og einfalda, sum eyðkendi tey fyrstu kristnu. Tey sóu nógvar av siðum ensku ríkiskirkjunnar sum eitt slag av avgudadyrkan og kundu ikki við góðari samvitsku fylgja teimum. Men kirkjan, sum fekk stuðul frá almennu myndugleikunum, loyvdi ikki nøkrum fráviki av mannagongdini. Lógin kravdi, at fólk fóru til gudstænastu, og tað var bannað at hava heimagudstænastur. Brot á forboðið varð revsað við fongsli, útlegd ella avrætting.

Í byrjanini av 17. øld kunngjørdi kongurin, sum júst var komin á ensku trónuna, at hann hevði avgjørt, at “fáa puritanarnar (reintrúarfólkið) lýdnar.... um tað ikki eydnaðist, so at jagstra teir av landinum ella okkurt verri enn tað.” Jagstrað, álopin og fongslað sóu tey onga vón um eina betri framtíð, og nógv teirra vóru sannførd um, “at Ongland med alla var vorðið eitt stað, har tað ikki bar til at búgva hjá fólki, sum ynskti at tæna Gudi.” Nøkur leitaðu sær skjól í Niðurlondum. Tey fingu avbjóðingar, mistu peningin og vórðu fongslað. Men treystið og áhaldni sigraði umsíðir, og tey funnu tá skjól við tær blíðu niðurlendsku strendurnar.

Úr forfylging í frælsi
Tey vóru rýmd frá húsi, ognum og starvi. Tey vóru fremmand í einum landi, har fólk tosaðu eitt annað mál og høvdu aðrar siðir. Tey noyddust at taka á seg arbeiði, sum tey ongantíð høvdu roynt, fyri at vinna til dagligt breyð.

Menn um miðan aldur, sum ikki kendu til annað enn landbúna, noyddust at læra seg eitt handverk. Men uttan at kæra seg funnu teir seg í viðurskiftunum, og tíðin fór ikki til spillis við at ganga fyri einki ella at taka synd í sær sjálvum. Hóast tey flestu vóru fátæk, takkaðu tey Gudi fyri tað, tey høvdu, og frøddust um tann ótarnaða andaliga felagsskapin. ”Tey vistu, at tey vóru pílagrímar, og løgdu ikki stórt í tað verðsliga, men vendu eygunum ímóti himli, kæra heimlandi sínum og áttu frið í sinninum.”

Hóast teyvóru í útlegd og høvdu nógv at stríðast við, vaks kærleikin og trúgvin seg sterka. Tey settu álitið á lyftir Harrans, og hann sveik ikki í neyðarstundini. Einglar hansara uggaðu og lívgaðu tey. Táið Gud vísti teimum leiðina yvir um hav til eitt land, har tey møguliga kundu stovna eitt ríki og lata børnum sínum trúarfrælsisins dýrabara arv, fóru tey uttan at drála.

Ígjøgnum mótburð hevði Gud fyrireikað tey til at seta sínar góðu ætlanir í verk. Samkoman varð eyðmýkt fyri seinni at kunna verða heiðrað. Gud vildi vísa megi sína til hennara frama og enn einaferð vísa heiminum, at hann ikki svíkir tey, sum hava álitið á honum. Hann hevði stýrt soleiðis, at vreiði Satans og ráðagerðir hjá óndum monnum, tæntu til at heiðra navn sítt og leiddi fólk hansara til eitt trygt stað. Jagstranin og útlegdin opnaði ein veg til frælsið.

Við kós til hin ”nýggja heimin”
Táið puritanarnir vórðu noyddir at fara úr bretsku ríkiskirkjuni, tóku teir seg saman við hátíðarligum sáttmála í felagsskapin: Harrans frælsafólk, “sum skuldi fylgjast á øllum teimum leiðum, hann hevði víst ella fór at vísa teimum. ”Hetta var sanni andin og lívsneyðuga aðalreglan í protestantismuni. Við hesum fyri eyga fóru teir fyrstu pílagrímarnir úr Niðurlondum at finna sær ein bústað í nýggja heiminum. Prestur teirra, John Robinson, sum ikki kundi fara við, segði millum annað hetta í fráferðarrøðu sínari:

”Brøður, vit skulu skjótt skiljast, og eina Harrin veit, um eg síggi andlit tykkara aftur. Men uttan mun til, um hetta er vilji hansara ella ikki, leggi eg fyri ásjón Guds tykkum eina við, at tit mugu ikki fylgja mær longri, enn eg havi fylgt Kristusi. Um Gud opinberar tykkum nakað ígjøgnum eitt annað av sínum amboðum, so eiga tit at taka ímóti tí við sama huga sum tit hava tikið móti teimum sannleikum, sum eg havi boðað tykkum, tí eg kenni meg sannførdan um, at Harrin vil opinbera fleiri sannleikar og meira ljós úr heilaga orði sínum.”

“Eg harmist nógv um støðuna í broyttu kirkjunum, hesar, sum andaliga eru uppsteðgaðar og í løtuni ikki vilja fara longur enn teir, ið fóru undir trúbótina. Lutheranar kunnu ikki sannførast um at fara longri enn tað, sum Luther sá, . . . calvinistar sita, sum tit vita, fastir har, sum hesin stóri tænari Guds sæt, sum kortini ikki sá alt. Hetta er stórt spell, tí hóast teir í sínari tíð vóru skínandi ljós, skiltu teir ikki allar ætlanir Guds, og livdu teir í dag, vóru teir eins hugaðir at taka ímóti meira ljósi, sum teir vóru at taka ímóti ljósinum, sum teimum tá varð givið.”6. . .

”Minnist tykkara kirkjusáttmála, har tit lovaðu at fara allar tær leiðir, sum Harrin hevur ella fer at vísa tykkum. Minnist til lyftið til Guds og hvør annan, at tit taka ímóti tí ljósi og teimum sannleikum, sum tað skrivaða orðið opinberar fyri tykkum. Men allarmest leggi eg tykkum eina við at samanbera tað, tit takaímóti sum sannleika, við aðrar skrivaðar sannleikar, áðrenn tit taka teir til tykkum. Tað ber ikki til hjá tí kristna heiminum, sum so stutt síðani kom úr einum herviligum antikristiligum myrkri, í einari handavending at náa fram til ein fullkomnan kunnleika.”

Misskilt trúarfrælsi
Tað var ynskið um trúarfrælsi, sum fekk pílagrímar at fara hesa vandamiklu ferð yvir um hav, at tola tvørleikarnar í kjarrutum landslagi og við Guds signing at stovnseta eina stóra tjóð fram við strendurnar í Amerika. Men hóast tey vóru reiðilig og gudsóttandi, skiltu tey ikki enn grundregluna í trúarfrælsinum. Tað frælsi, sum tey sjálv vildu ofra so nógv fyri, vóru tey ikki eins fús til at lata onnur njóta gott av. ”Einans fá høvdu í 17. øld rætta fatan av tí stóru meginregluni frá Nýggjatestamenti, at Gud er hin einasti dómarin fyri menniskjum og trúgv teirra.”

Læran, at Gud hevur givið kirkjuni rætt til at vera harri yvir samvitskuni og at allýsa og revsa trúarvillur, er ein hin mest rótfesta pávaliga villleiðingin. Hóast trúbótarmenn vrakaðu trúarjáttan romakirkjunnar, vóru teir ikki leysir av ótolsemi hennara.

Tað djúpa myrkrið, sum katólska kirkjan so leingi sveipaði allan hin kristna heimin inn í, var ikki enn heilt burtur. Ein av leiðandi prestunum í niðursetulandinum Massachusets Bay, segði: “Tolsemi er orsøkin til, at heimurin gjørdist antikristin, og at kirkjan tók ongan skaða av at revsa trúarvillingar.”8 Niðursetufólkið samtykti, at einans limir í samkomuni skuldu hava atkvøðurætt til býráðið. Tey settu á stovn eitt slag av ríkiskirkju. Øll skuldu gjalda kirkjuskatt, og myndugleikarnir skuldu stríðast ímóti trúarvillum. Tað verðsliga valdið kom soleiðis á kirkjunnar hendur, og tað førdi skjótt til eina nýggja jagstran.

Ellivu ár eftir, at fyrsta niðursetubygdin var stovnað, kom Roger Williams til nýggja heimin. Sum teir fyrstu pílagrímarnir, kom hann fyri at finna trúarfrælsi, men øvut av teimum, so skilti hann – tað sum fá onnur skiltu – at hetta frælsi var ein rættur, sum øll áttu, uttan mun til átrúna. Hann leitaði álvarsliga eftir sannleikum, og helt eins og Robinson, at tað var óhugsandi, at alt ljósið frá Guds orði longu var opinberað. Roger Williams “var tann fyrsti í tí nýggja kristna heiminum, sum stovnaði eitt borgararáð við støði í læruni um trúarfrælsi og javnstøðu fyri lógini.”

Hann bar fram, at tað var skylda myndugleikans at forða fyri brotsverkum, men hann skuldi ongantíð ráða yvir samvitsku menniskjans. Hann segði: “Myndugleikarnir kunnu avgera, hvørja skyldu eitt menniskja hevur mótvegis einum øðrum, men um teir royna at áseta skylduna hjá einari menniskju ímóti Gudi, fóru teir út um sínar heimildir. Tá kann eingin kenna seg tryggan, tí tað sigur seg sjálvt, at ein embætismaður við valdi sínum í dag kann áseta eina hugsan ella trúgv og í morgin áseta eina aðra. Sum tað so mangan er gjørt av fleiri kongum og drotningum í Onglandi og av pávum og kirkjuráðum innan romakirkjuna. Á hendan hátt fer trúgvin at gerast ein hurlivasi.”

Tann, sum ikki møtti til gudstænastu í almennu kirkjuni, varð dømdur bót ella í fongsul. Roger Williams spilti hesa lógina út. Tann versta viðtøkan í allari ensku lóggávuni segði hann vera hesa, sum álegði øllum at koma til gudstænastu í sóknarkirkju sínari. At noyða fólk at savnast við onnur, sum hava eina aðra trúarjáttan, sá hann sum opnan ágang ímóti náttúrubornu rættindunum.

At noyða tey ikki trúgvandi og øðrvísi trúgvandi, sum ikki vildu taka lut í almennu gudstænastunum, var tað sama sum at geva boð um hykl..... ”Eingin skal noyðast ímóti sínum vilja at luttaka í gudstænastuni.” Mótstøðumenn hansara, sum ikki skiltu grundreglurnar, svaraðu: “Er arbeiðarin ikki løn sína verdur?” Og hann svaraði: ”Jú, men hann skal lønast av teimum, sum hava hann í tænastu.”

Roger Williams var virdur og elskaður sum ein góður prestur, eitt gávuríkt menniskja, bæði rættvísur og menniskjaligur. Men støðuga avnoktan hansara av borgarliga myndugleikanum til at hava rættin til at stjórna kirkjuni, og krøv hansara um trúarfrælsi, vórðu ikki told. Hildið var uppá, at um hesar grundreglur vórðu førdar út í lívið, fór tað “at kollrenna land og stjórn. ”Hann varð tá rikin út úr niðursetubygdini og noyddist á miðjum vetri til at flýggja út í skógirnar.

Hann segði sjálvur soleiðis frá: ”Í fjúrtan vikur reikaði eg um í vetrarkulda og hevði hvørki breyð ella song. Men ravnarnir bóru mær føði í skóginum. Og ofta fann eg lívd í einum innanholaðum træi.”12 Hann helt fram strævnu ferðina í kava og við ongari gongurás í skóginum, til hann fann skjól hjá einum ættarbólki av indiánarum, hvørs álit og kærleika hann hevði vunnið, táið hann fyrr hevði roynt at læra teir gleðiboðskapin.

Fleiri mánar seinni kom hann við stríð og strev til Narragansett víkina, har hann stovnaði fyrsta nútíðarstatin, sum fult og heilt viðurkendi trúarfrælsið. Grundreglan í niðursetubygd hansara var, “at øll menniskju hava rætt at tilbiðja Gud sambært egnari samvitsku.”13 Lítli statur hansara, Rhode Island, gjørdist friðskjól teirra kúgaðu. Hann vaks og menti seg í vælferðini samsvarandi grundreglum sínum ??borgarligt og átrúnarligt frælsi ? og hann gjørdist ein hornasteinur í amerikanska samveldinum.

Í frælsisyvirlýsingini – hesum bæriliga skjali, har fedrar í Amerika orðaðu grundleggjandi mannarættindini – stóð: “Vit meta tað sum ein sjálvsagdan sannleika, at øll fólk eru skapað javnlík, og at Skaparin gav teimum nøkur ómissandi rættindir. Millum hesi er rætturin til lív, frælsi og at finna sær eydnuna.” Við greiðum orðum tryggjar yvirlýsingin øllum fría samvitsku: ”Eingin roynd í átrúnaði skal nakrantíð verða kravd fyri at fáa eitt alment starv í sambandsríkinum.” . . . ”Kongressin kann ikki gera nakra lóg, ið ásetir átrúna, ella har trúarfrælsi verður skert.”. . .

”Teir, sum orðaðu yvirlýsingina, viðurkendu ta ævigu grundregluna, sum sigur, at menniskjans viðurskiftið til Gud er omanfyri mannagjørdar lógir (Áp 5:29), og at tess trúarfrælsi er friðhalgað. Orð eru ikki neyðug at staðfesta hendan sannleikan, tí vit ásanna tað og bera tað í hjartanum. Tað er hendan ásannanin, sum helt so mongum blóðvitni uppi á pínubonkinum og á bálinum. Tey kendu at skyldan ímóti Gudi var størri enn kunngerðir frá monnum, og at menniskju ikki ráða yvir samvitskuni hjá øðrum. Hetta er ein viðfødd grundregla, sum ikki kann setast úr gildi.”

Statur og kirkja
Táið tíðindir frættust í Evropa um eitt ríki, har øll høvdu rættin til at njóta fruktina av arbeiði sínum og í trúarspurninginum at fylgja sínari egnu samvitsku, fluttu fólk í túsundatali til nýggja heimin. Skjótt komu fleiri niðursetubygdir. “Í Massechusetts var ein lóg samtykt, sum tryggjaði ókeypis hjálp til øll kristin, ið flýddu um Atlantshavið undan hungursneyð og kúgan.” Soleiðis vórðu kúgað og flóttafólk við lóg gestir ríkisins.15 Tjúgu ár eftir komuna til Plymouth, høvdu á leið 20.000 pílagrímar búsett seg í Ný-Onglandi.

Tey leitaðu eftir frælsi, og vóru fús at liva eitt fátæksligt og arbeiðssamt lív. Tey settu ikki onnur krøv enn at fáa eina rímiliga løn fyri arbeiðið. Og tey vóru nøgd við, at samfelagið spakuliga hevði framburð, og funnu seg tolin í øllum, sum teimum ikki var unt í hesum fjarbýli sínum. Tey vætaðu frælsistræ sítt við tárum og sveitta, til tað festi djúpar røtur.

Bíblian var trúargrundvøllurin, keldan til vísdóm og upprunaskjal frælsisins. Grundreglur hennara vóru nógv frammi í heimum, í skúlum og í kirkjum – og fruktirnar sóust aftur í sparsemi, nøgdsemi, skynsemi, reinleika og hóvsemi. Í puritansku statunum kundu tey búgva “í fleiri ár uttan at síggja eitt rúsað fólk, uttan at hoyra eina illbøn og uttan at hitta biddara.” Her varð prógvað, at grundreglur Bíbliunnar eru besta trygdin fyri tjóðskaparligum stórleika. Fjarskotnu, smáu niðursetubygdirnar vuksu og gjørdust til stórar statir, og við undran sá heimurin friðin og vælferðina, sum eyðkennir “eina kirkju uttan páva og ein stat uttan kong.”

Alt fleiri leitaðu sær nú til strendurnar yviri í Amerika, men síðani komu nógv av heilt øðrum orsøkum enn teir fyrstu pílagrímarnir. Hóast átrúnaðurin enn hevði nógv at týða, so minkaði ávirkan hansara alsamt, tí støðugt komu fleiri fólk, sum leitaðu sær eftir verðsligu fyrimunum.

Tann lógin fekk sera óhepnar avleiðingar, sum nøkur av fyrstu niðursetufólkinum samtyktu, nevnilga, at einans limir í samkomumuni høvdu atkvøðurætt og kundu fáa alment starv. Endamálið við lógini var at verja reinleika statsins, men hon førdi í staðin til mutur innan kirkjugátt. Fyri at fáa atkvøðurætt ella alment starv máttu fólk gerast kirkjulimir ella látast trúgvandi, og nógv, sum einans høvdu verðslig áhugamál, gjørdust limir í samkomum uttan at vera umvend, og soleiðis varð ein stórur partur av limunum nú fólk, sum ikki veruliga vóru umvend.

Eisini boðaðu fleiri prestar ósannar lærusetningar og vóru óvitandi um endurnýggjandi megi heilaga Andans. Sum so oftani fyrr í kirkjusøguni, og heilt síðani tíð Konstantins Stóra, sóust ringu avleiðingarnar av at byggja kirkjuna saman við statinum og at noyða verðsliga valdið til at stuðla gleðiboðskapin um hann, sum segði: ”Mítt ríki er ikki av hesum heimi.” Samtakið av kirkju og stati kann tykjast at fáa heimin at nærkast kirkjuni, men veruleikin er øvutur og fær kirkjuna nærri at verðsliga heiminum.

Eitt livandi siðaskifti
Grundreglan, sum Robinson og Roger Williams so tignarliga stríddust fyri, at sannleikin letur seg opinbera stig fyri stig, og at kristin menniskju altíð mugu vera opin at taka ímóti tí ljósinum, sum kemur úr Guds heilaga orði, var gloymd av eftirmonnum teirra. Tær protestantisku kirkjurnar í Amerika og Evropa høvdu fingið gagn og signing av trúbótini, men tær gloymdu at halda fram við trúbótini.

Hóast nakrir fáir gudsóttandi menn trinu fram og boðaðu nýggjar sannleikar og avdúkaðu falskar útleggingar, so vóru tey flestu eins og jødarnir á døgum Jesusar og katolikkarnir á døgum Luthers, nøgd við trúnna hjá fedrunum, og livdu sum teir. Átrúnaðurin gjørdist enn einaferð ein spurningum um uttaru formarnar (formalisman).

Vilst læra og pátrúgv varð nú viðurkent sum satt, og sum tey vildu havt vrakað, um kirkjan hevði hildið leiðina eftir ljósinum í orði Guds. Andin, sum trúbótin skapti, fánaði soleiðis burtur, og at enda tørvaði teimum protestantisku kirkjunum somu trúbótina, sum romakirkjan gjørdi á døgum Luthers. Har ráddi sami verðsligi áhugin og andaligt dølskni við mannaboðum í hásæti, sum tók læruna í orði Guds av ræði.

Við útbreiðsluni av Bíbliuni fyrst í 19. øld og tí bjarta ljósi, sum soleiðis skein um heimin, fylgdi ikki tann framburður av kunnleika til teir opinberaðu sannleikarnar og ta sonnu trúnna, sum Bíblian hevur í sínum førningi.

Satan megnaði ikki longur at fjala orð Guds fyri menniskjum. Øll kundu jú fáa fatur á orðinum, men hann lokkaði nógv til at leggja lítið í tað. Fólk løgdu ikki í at granska Bíbliuna, og hildu á við at góðkenna skeivar útleggingar og hildu fast um lærusetningar, sum ikki eru rótfestir í heilagu Skriftini.

Táið Satan skilti, at hann ikki kundi knúsa sannleikan við atgerðum, fór hann undir somu ætlan, sum hevði leitt til stóra fráfallið og stovnanina av romakirkjuni. Hann lokkaði tey kristnu at fara saman við teimum, sum einans elskaðu hendan heimin, og sum soleiðis góvu til sjóndar, at tey dyrkaðu avgudar á sama hátt sum tey menniskjuni, sum tilbóðu útskornar myndir. Úrslitið av hesum var ikki minni vanlukkuligt enn tað var í gomlum døgum.

Hugmóð og oyðsl treivst í lívd av átrúnaði, sum skapti eina siðaspilta kirkju. Satan helt fram at reingja Bíbliunnar lærur, samstundis við, at siðvenjur, sum spiltu menniskjur í milliónatali, vunnu hevd. Kirkjan stuðlaði og vardi hesar siðvenjurnar heldur enn at stríðast fyri “tí trúgv, sum einaferð med alla er givin teimum heilagu.”

Soleiðis vórðu grundreglurnar, sum trúbótarmenn høvdu stríðst og liðið so nógv fyri, avskeplaðar.