Bardagin Mikli kapitel 17. Fra side 299tilbage

Tekn í tíðini

Eitt tað hátíðarligasta og vakrasta í Bíbliuni er lyftið um Jesu afturkomu at fullføra frelsuverkið. Guds pílagrímar, sum leingi hava sovið í skuggadali deyðans, andaðust í vón á lyftið um, at hann, sum er “uppreisnin og lívið”, kemur at leiða síni burturriknu heim. Læran um afturkomu Kristusar er sjálvur grundtónin í heilagu Skriftini. Líka síðani fyrsta parið við sorg fór út úr Eden, hava trúarinnar børn bíða eftir, at hin lovaði frelsarin skuldi koma aftur, knúsa vald fíggindans og leiða tey aftur í mista Paradísið.

Fortíðarinnar heilagu monnum longdist eftir, at Messias skuldi koma í dýrd, at uppfylla størsta ynski teirra. Enok, sjálvur sjeyndi eftir Adam, sum í trýhundrað ár gekk við Gudi á foldum, sleppur at síggja Frelsarans afturkomu í frástøðu.

Judas skrivaði: ”Um hesi var tað eisini Enok, sjeyndi maðir frá Adami, profeteraði og segði: »Harrin kemur við hinum mongu túsund heilagu sínum at halda dóm yvir øllum!« Og undir líðing á nátt segði Job í trúgv: “Men eg veit, at loysnari mín livir, og sum hin síðsti skal hann stíga fram á dustinum . . . Hann, sum eg skal skoða mær til góða; fyri eygum mínum skal eg síggja hann; ikki sum fremmandan.”

Jesu afturkoma í miðdepli
Afturkoma Kristusar, sum verður byrjanin til eitt rættvíst ríki, hevur hugkveikt tær virðiligastu og mest hugtakandi útsøgnir, sum skrivaðar eru. Profetar og skøld Bíbliunnar umrøddu evnið við himmalskum eldhuga. Sálmaskaldið sang um mátt og tign Ísraels kongs: “Av Zion, krúnu fagurleikans, stígur Gud fram í ljóma. Gud okkara kemur og skal ikki tiga! . . . Hann kallar á Himmalin har uppi – og á jørðina til at døma fólk sítt.”. . . “Himmalin gleðist, jørðin fegnist! . . . Hann kemur at døma jørðina; Hann dømir jørðina við rættvísi og fólkini í trúfesti síni.”

Esajas segði: “Hini deyðu tíni skulu livna upp aftur” . . . ”Vaknið og hevjið fagnaðarsong, tit, sum í dustinum búgva . . . og jørðin gevur deydningar aftur til lívs” . . . “Hann skal við alla gera deyðan til einkis; Harrin, Harrin skal turka tárini av hvørjum andliti og gera enda á vanæru fólks síns um alla jørðina – tí Harrin hevur talað. Tann dag skal verða sagt:” . . . ”Sí, her er Gud okkara, hann, sum vit bíðaðu eftir, og sum skuldi frelsa okkum; hetta er Harrin, sum vit bíðaðu eftir. Latið okkum fegnast og gleðast yvir frelsu hansara.”

Í sjón sá Habakkuk komu Harrans. “Gud kemur úr Teman, hin heilagi frá Parans fjøllum. – Sela. Hátign hansara fjalir himmalin, og jørðin er full av dýrd hansara. Skin sum sólarljós stígur upp, geislar eru rundan um hann.” . . . ”Hann stígur fram – og jørðin nøtrar; hann hyggur upp – og fólkini skelva, og eygu hansara fáa fólk at biva. Tey elligomlu fjøllini klovna, og teir ævigu heyggjar søkka, eftir ævigum gøtum gongur hann.” . . . “Tú fert fram á hestum tínum, í sigursríku vagnum tínum.” . . . ”Fjøllini síggja teg – og skelva; skýggini senda niður grovregn, og avgrundin letur rødd sína ljóða. Sól og máni fara inn í bústað sín undan ljósi pílar tínar.” . . . ”Tú heldur avstað at frelsa fólk títt, at hjálpa salvaðu tínum.”

Táið Jesus fór frá ápostlunum, uggaði hann teir í sorgini, og lovaði, at hann fór at koma aftur: “Hjarta tykkara óttist ikki! . . . Í húsi Faðirs míns eru nógvir bústaðir. . . . Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar . . . Og táið eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi eg aftur og taki tykkum til mín, so eisini tit skulu vera, har sum eg eri.” . . . ”Men táið Menniskjasonurin kemur í dýrd síni, og allir einglarnir koma við honum, skal hann sita í hásæti dýrdar sínar.”

Einglarnir, sum bíðaðu á Oljufjallinum eftir Kristi himmalferð, endurtóku lyftið fyri ápostlunum, og søgdu: “Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu hann fara til Himmals.” Paulus skrivaði: ”Tí Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds.” Og av Patmos vitnar profeturin: “Hann kemur við skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja hann.”

Lyftini halda
Afturkoma hansara er byrjanin til tær tíðir “. . . táið alt verður endurreist, sum Gud hevur talað um við munni heilaga profeta sína frá upphavi.” Tá skal drúgva harradømi óndskaparins fellast.“Kongadømi heimsins er fallið Harra okkara og hinum salvaða hansara í lut, og hann skal vera kongur í aldur og allar ævir!” . . . “Dýrd Harrans skal opinberast, og alt hold skal fáa tað at síggja!” . . . “so skal Harrin Harrin lata rættferð og lovsong vaksa upp fyri eygum alra tjóða.” Hann verður “ein føgur krúna og dýrur kransur fyri leivd fólks síns.”

Tá verður Messiasar friðfulla, og leingi væntaða ríki stovnað.” Tí Harrin troystar Zion, troystar allar toftirnar har; Hann ger oyðimørkina har Eden líka og heiðina har sum urtagarð Harrans;”. . .”Dýrd Libanons er givin henni, prýði Karmels og Sárons.” . . . “Tú skalt ikki longur verða kalla hin »vrakaða« . . . nei, tú skalt eita hon, ið eg havi hug á, og land títt skal eita »ektakona« . . . Tí eins og brúðgómur gleðist yvir brúður, skal Gud tín gleðast yvir teg.”

Vón og væntan teirra kristnu
Sonnu fylgjarar Harrans hava altíð sett vónina til afturkomuna. Lyftið til ápostlarnar um at koma aftur, fylti hjørtu teirra við gleði og vón, sum eingin sorg fekk køvt, og eingin mótgangur fekk sløkt. Í líðingum og jagstran var hin “alvaldi Gud og afturkoma frelsara okkara” tann “sæla vónin.”

Táið tey kristnu í Tessalónika við sorg løgdu síni kæru, sum høvdu vónað at sæð afturkomu Harrans, til hvílu í grøvini, vísti Paulus teimum á uppreisnina, sum verður við Harrans afturkomu:“ So skulu tey deyðu í Kristusi rísa upp, og tey skulu saman við hinum livandi rykkjast burtur at møta Harran í luftini.” Og so segði hann, ”skulu vit altíð verða saman við Harranum. So troysti hvør annan við hesum orðum.”

Á Patmos fekk høgt elskaði ápostulin Jóhannes hetta lyfti at bera víðari: “Ja, eg komi skjótt!” og langtandi svar hansara er: ”Amen, kom, Harri Jesus!”

Ljós í myrkum øldum
Úr fangatippum og frá bálum og øðrum avrættingarpallum, har blóðvitnir vitnaðu um sannleikan, hoyrdust orð, sum vístu vón og trúgv teirra, sannførd um “Kristi persónligu uppreisn og tí eisini á sína egnu uppreisn við Kristusar afturkomu.” Og ein av hesum kristnu segði: “Eg vanvirði deyðan, tí eg havi funnið upp um hann.” Tey fóru fús í grøvina til skjótari at ”fáa uppreisn í frælsi” Tey gleddu seg til, at “Harrin skuldi koma við skýggjunum av Himni í dýrd Faðirins” . . . “og geva teimum rættvísu ríkið.” Valdensarnir høvdu ta somu trúnna.

Wycliffe gleddi seg til afturkomu Frelsarans, vón samkomunnar. Og Luther segði: “Eg eri sannførdur um, at dómadagur kemur innan trýhundrað ár. Gud vil ikki og kann ikki tola hesa óndu verð longur.”. . .”Skjótt kemur stóri dagurin, táið viðurstygdað ríkið skal syndrast.”

”Tað verður skjótur endi á gomlu verðini,” segði Melanchthon. Og Kalvin segði, at tey kristnu “ikki skulu drála, men inniliga ynskja Kristi afturkomu, ið verður tann mest eydnufulla av øllum hendingum nakrantíð.” Og Kalvin segði eisini, at “øll hin trúgvandi familjan skal síggja fram til dagin.” Og eigur ”at hungra eftir Kristusi, leita og hugleiða” til og um “stóra dagin, táið Harrin fult og heilt opinberar ríki sítt við tess dýrdleika.”

“Hevur Harrin Jesus ikki borið hold okkara til Himmalin?” spurdi John Knox, skotskti trúbótarmaðurin” og kemur hann ikki skjótt aftur? Vit vita at hann vil koma aftur og tað skjótt.” Ridley og Latimer, sum ofraðu lívið fyri sannleikan, sóu vóngóðir fram til afturkomu Harrans. Og Ridley skrivaði: ”Tað er eingin ivi um – tað trúgvi eg, og tí sigi eg tað – at heimurin nærkast endanum. Latið okkum saman við Guds tænara Jóhannesi av hjarta biðja Frelsara okkara: Kom, Harri Jesus, kom!”

”Tankin um Harrans afturkomu” segði Baxter, ”er mín kærasti og eydnuríkasti tanki.” . . . ”Tað er trúarinnar verk og eyðkenni teirra heilagu, at elska komu hansara og lýta fram í hesi vælsignaðu vónini,” at ”deyðin er hin síðsti fíggindin, sum sigrast skal á við uppreisnini, og av tí læra, hvussu inniliga trúgvandi eiga at leingjast eftir og biðja eftir Kristi afturkomu, tí við henni er fulli og endaligi sigurin vunnin.” . . . ”Hesin er dagurin, sum øllum trúgvandi leingist eftir, og biðja og vóna tey tá eftir sínari endurloysing og uppfylling av øllum sálarynskjum og málum sínum.” . . . “Skunda undir, o Harri, hendan vælsignaða dag!”

Jarðskjálvtin í Lissabon
Profetiirnar søgdu meira enn at spáa Kristi afturkomu og hví. Tær lýstu eisini tey tekn, sum skuldu varskógva hana. Jesus segði: ”Tekin skulu vera í sól og mána og stjørnum.” . . . ”Á teimum døgum, eftir hesa trongd, skal sólin myrkna, mánalýsi hvørva, stjørnurnar skulu falla niður av himli, og kreftir himmalsins vikast.” . . . Og tey fáa at síggja “Menniskjasonin koma í skýggjunum við miklum mátti og dýrd.” Soleiðis lýsir ápostilin Jóhannes fyrstu teknini, sum boða Kristi afturkomu. ”Tað varð stórur jarðskjálvti, sólin var svørt sum syrgibúni, og mánin var allur sum blóð.”

Hesi tekin vórðu sædd innan 18. øld var farin afturum. Í 1755 gekk spádómur út, táið serliga ógvusligur jarðskjálvti kom - vanliga nevndur jarðskjálvtin í Lissabon, sum rakk um meginpartin av Evropa, Afrika og Amerika. Tey kendu hann eisini í Grønlandi, Vestindisku oyggjunum, Madeira, Noregi, Svøríki og í Írlandi. Økið var 10 milliónir km2 .

Í Afrika vóru ristingarnar næsta líka ógvusligar sum í Evropa. Stórur partur av býnum Algier varð jarðlagdur. Ein lítil býur nærindis Marokko við 8-10.000 íbúgvum sakk í einum, gloyptur og horvin. Ein stór flóðalda, sonevnd tsunami, floymdi yvir strendurnar í Spania og Norðurafrika, sum skolaði burtur heilar býir og voldi stórar oyðingar.

Avleiðingarnar av jarðskjálvtanum vóru størstar í Portugal og Spania. Flóðaldan, sum rakti Cadiz, skal hava verið næstan tjúgu metrar høg.“ Nøkur av hægstu fjøllum Portugals vórðu miskunnarleyst rist og bókstaviliga rivin av grundini; og nøkur teirra fingu gjáir heilt upp í tindin og knústust á tann hátt, samstundis sum, at klettar, skriður og stór omanlop endaðu sum urar niðri í dølunum. Eldslogar vóru eisini sæddir at koma upp úr fjøllunum.”

Í Lissabon “hoyrdist dunandi ljóð langt innan úr jørðini, og skjótt kom skjálvti, sum avtoftaði tað mesta av býnum. Eftir umleið seks minuttum doyðu eini 60.000 fólk. Sjógvurin tók seg fyrst aftur og fjøran lá turr, men hann kom síðani aftur sum ein ógvuslig flóðalda yvir 15 metrar høg”. . .

Ein nýggj og sera dýr atløgubryggja av mormori rapaði. Ein hópur av fólki flýddi oman á eina aðra bryggju fyri at sleppa sær undan at verða rakt av rapandi múrsteinum, men knappliga hvarv alt tað havnarlagið í dýpið og ikki eitt lík kom aftur.”16. . .”Allar kirkjur og kleystur og næstan allir almennir bygningar og meira enn fjórðingurin av vanligu húsunum fóru í smildur av jarðskjálvtanum. Og nakrar tímar seinni kom eldur í ymsastaðni í býnum. Í næstan trý samdøgur herjaði eldurin so ógvusliga, at býurin varð so gott sum oyddur. Jarðskjálvtin kom ein halgidag, táið nógv fólk var í kirkjum og kleystrum. Og einans fá teirra komu undan við lívinum.”

Ræðslan var ræðulig. Ikki ber til at greiða frá tí ótta, sum kom á fólkið. Eingin græt. Tey kundu ikki fella tár. Tey runnu aftur og fram í vónloysi. Tey slógu seg á andlitið og fyri bringuna, rópandi: “Miskunna! Heimurin gongur undir!” Mammur gloymdu børnini og runnu runt við krossum.

Til stóra vanlukku runnu mong inn í kirkjurnar at leita sær skjól, har breyðið og vínið til altargongd fáfongt varð víst fram, og hesi neyðars menniskju krøktu seg í altar og halgibíløt. Prestar og fólk vórðu øll grivin saman. Mett verður at eini 90.000 sálir doyðu hendan eina vanlukkudagin.

Tekn í sól, mána og stjørnum
25 ár seinni sást næsta teknið úr spádóminum – myrking av sól og mána. Merkisvert var tað, hvussu neyvt at tíðin til spádómin helt. Táið Jesus á Oljufjallinum greiddi ápostlum sínum frá trongu tíðum kirkjunnar, sum koma skuldu – tey 1260 árini við jagstran, sum hann lovaði skuldu styttast – og síðani nevndi ymiskt, sum henda skuldi áðrenn afturkomu hansara, ásetti hann, nær tann fyrsta hendingin skuldi vera og segði: ”Á teimum døgum, aftaná hesa trongd, skal sólin myrkna og mánin ikki skýna.” Teir 1260 dagarnir (árini) endaðu í 1798 (byrjaðu 538). Fjórðingsøld innan var jagstranin mestsum av. Aftaná ta trongdartíðina skuldi sólin sambært Kristusi myrkna.

Og ”næstan ella sum eitt eindømi kom hin løgnasta og mest óskiljandi hendingin av sínum slagi, og til dagin í dag eitt óloyst fyribrigdi .... myrka dagin 19. maj 1780 – við ógreinandi myrking av øllum tí sjónliga himmalhválvinum yvir Ný Englandi.”

Ein sjónarvátti í Massachusetts lýsti hendingina soleiðis: ”Um morgunin skein sólin bjørt, men brádliga komu svørt hóttandi skýggj fyri hana. Snarljósini blunkaðu, toran gekk og ógvusligir regnskúrar vóru. Um nýggjutíðina tyntust skýggini nakað og fingu messing ella koparkendan dám. Jørðin, klettar, trø, hús, vatnið og fólkini broyttust av løgna, ónatúrliga ljósspælinum. Fáar minuttir seinni breiddi eitt tjúkt svart skýggj seg yvir allan himmalin, við undantaki av smalari rípu niðast í havsbrúnni, og tað gjørdist líka myrkt sum summarkvøld klokkan nýggju.

Fólk fyltust av angist og undran. Konur stóðu í durinum og stardu út í myrka landslagið; menn komu heim úr bønum, timburmenn løgdu amboðini, smiðir fóru frá essuni, og krambafólk rýmdu frá handilsdiskum. Skúlabørn fingu frí og runnu til hús. Ferðandi leitaðu sær lívd í næsta garði.“ Hvat hendir?” spurdu øll við darrandi varrum og bankandi hjarta. Tað var eins og ein ódn menti seg at fara um landið – ella at heimsins endi var nær.

Í húsunum tendraðu tey ljós, og grúgvueldurin logaði, sum var tað eitt mánaleyst heystarkvøld . . . Hønurnar settu seg á vaglið og sovnaða. Neytini savnaðust við grindirnar og beljaðu at sleppa inn. Froskarnir gvaggaðu, fuglar lótu sín kvøldsong, og flogmýsnar flaksaðu í luftini. Men menniskjuni vistu, at tað ikki var nátt.

“Dr. Nathanael Whittaker, prestur við tabernakkul-kirkjuna í Salem, helt gudstænastu í samkomuhúsinum. Í prædikuni segði hann, at myrkrið var yvirnatúrligt. Samkomur komu saman nógva aðrastaðni. Tekstirnir við hesar ófyrireikaðu fundir snúðu seg allir um eitt ávíst skriftstað, sum vísti, at myrkrið samsvaraði við spádómin í Bíbliuni.. . . og myrkrið var døkkast, táið klokkan var farin av ellivu.”

. . .”Í flestu støðum í landinum var myrkrið allan dagin so døkt, at illa sást hvat klokkan var. Tað bar illa til at eta ella arbeiða uttan við tendraðum ljósi. Eisini var undrunarvert, hvussu myrkrið breiddi seg. Eystanfyri rakk tað til Falmouth og vestanfyri til fjarastu leiðir í Connecticut og Albany. Sunnanfyri náddi tað til strendurnar, og norðanfyri til hini fjarastu amerikonsku hjálondini.”

Eftir svartasta myrkur komu tveir tímar við partvíst klárum himli. Sólin kagaði fram, men var dimm av tøttum mjørkatámi. “Táið sólin fór til viðar, dróg hann aftur á luftina, og tað gjørdist skjótt myrkt.” . . . “Náttarmyrkrið var ikki minni óvanligt og ræðandi enn dagurin hevði verið. Hóast næstan fullmáni var, sást illa uttan við lykt. Úr grannahúsinum sóust hesi ljós sum kámar glæmur eins og ígjøgnum eitt slag av egyptiskum myrkri, sum tóktist næstan ikki at vilja víkja fyri ljósgeislum.”

Sjónarváttur segði: “Eg slapp ikki undan at hugsa um, at myrkrið fekk illa verið døkkari, um so hvørt lýsandi likam í alheimi var ballað í skuggar, sum ikki slapst ígjøgnum ella bara var sloknað.”22 Hóast fullmánan, og at klokkan var níggju á kvøldið, “megnaði hann ikki at spjaða deyðans ódámliga myrkur.” Eftir midnátt lýsnaði nakað, tá mánin kom fram og var reyður sum blóð.

Tann 19. mai 1780 verður í søguni nevndur ”myrki dagurin.” Síðani tíð Mósesar er ikki sagt frá degi við so longum døkkum myrkri um eitt so stórt øki. Lýsingar frá sjónarváttum ljóða sum afturljóð av Harrans orði, eins so profeturin Jóel skrivaði fyri 2500 árum síðani: ”Sólin skal umskiftast í myrkur, og mánin í blóð, áðrenn dagur Harrans kemur, hin stóri og ræðuligi.”

Tey látast ikki at síggja ýtini í tíðini
Kristus bað eftirfylgjarnar halda eyga við og at gleðast, táið teir sóu teknini um afturkomuna: “Men táið hetta fer at henda, rættið tykkum tá upp og lyftið høvdum tykkara á, tí tá nærkast endurloysing tykkara!“ Hann peikaði á trøini, sum vóru full av knubbum, og helt fram: “So skjótt sum tit síggja, at tey spretta, vita tit av tykkum sjálvum, at nú er summarið nær. Soleiðis skulu tit eisini, táið tit síggja hetta henda, vita, at ríki Guds er nær.

Men táið hin eyðmjúki og gudsóttandi andin í kirkjuni veik fyri hugmóð og reglufesti (formalismu), viknaði ella hvarv kærleikin eisini við trúnni á Jesu afturkomu. Tey, sum sjálv nevndu seg Guds børn, vóru so hugbundin av tí, sum hesin heimur hevði at bjóða, at tey gloymdu teknini um afturkomu Frelsarans. Læran um afturkomuna varð misrøkt, og skriftstøð um hana vórðu mistulkað og endaðu næstan gloymd. Hetta var í serligan mun galdandi fyri kirkjur í Amerika.

Allir samfelagsbólkar áttu frælsi og vælferð. Stóra girndin eftir ríkidømi og marglæti hevði við sær ósløkkjandi hug eftir pengum. Kapprenning var eftir umdømi og valdi. Tað fekk fólk at savna áhugan um vónir um gripir í hesum heimi og at skjóta hin týdningarmikla dagin við afturkomu Jesusar langt út í framtíðina,

Táið Frelsarin segði ápostlunum teknini í sambandi við afturkomu sína, spáddi hann eisini um tað stóra fráfallið, sum fór at koma stutt áðrenn afturkomuna. Sum á Nóa døgum fóru menniskju at vera upptikin av tí verðsliga og hugna sær í egnum lystum, við keypi, sølu, velting, bygging og við hjúnaløgum. Tey fóru at gloyma Gud og alt um tað komandi lívið.

Áminning Kristusar til teirra, sum liva í hesi tíðini er soljóðandi: “Men varði tykkum, at hjørtu tykkara ongantíð verða tyngd av nógvari njótan og drykkjuskapi og stúran fyri hesum lívi, so at hin dagur kemur á tykkum óvart. . . . Men vakið hvørja stund og biðið, so tit kunnu verða før fyri at sleppa undan øllum hesum, sum koma skal, og verða standandi fyri Menniskjasyninum!”

Støðan hesa tíðina er við Frelsarans orðum soleiðis lýst: ”tú eitist at liva, men tú ert deyð. Vakna og styrk hitt, sum annars fer at doyggja!” Og til tey, sum nokta at lata seg vekja úr líkasælu, og halda seg vera trygg, er hendan hátíðarliga ávaringin givin: ”Vakir tú nú ikki, skal eg koma sum tjóvur, og tú skalt ikki vita, hvønn tíma eg komi á teg.”

Teir sóu dag Harrans
Tað er neyðugt, at menniskju síggja hendan vandan – so at tey kunnu taka seg saman og fyrireika seg til tær álvarsomu hendingarnar í sambandi við endan á náðitíðini. Profetur Guds sigur: “... Stórur er dagur Harrans og sera øgiligur - Hvør tolir hann?” Hvør kann standa seg, táið hann kemur, ”sum hevur eygu so rein, at tey tola ikki at horva at tí illa, sum ikki torgar at síggja gremju......”

Fyri tey, sum rópa ”Mín Gud! Vit kenna teg!” Men kortini hava brotið sáttmála hansara, valt ein annan gud, krógva óreinsku í hjartanum og elskað syndina, er dagur Harrans ”myrkur, ei ljós, bølamyrkt uttan sólskin.”

Harrin segði, til ta tíð skal tað henda: Eg rannsaki Jerusalem við lykt og heimsøki teir menn, sum liggja í frið á vínrúsis berskaka og siga í hjartanum: ”Harrin ger hvørki gott ella ónt.” . . .“Eg heimsøki jørðina fyri hennara óndskap, tey gudleysu fyri teirra syndir, geri enda á dirvi hins freka, boyggi hugmóð valdsmanna.” . . .“Tí hvørki silvur ella gull kann frelsa tey;” . . . ”teirra góðs skal gerast til rán, teirra hús skulu brótast.”

Táið profeturin Jeremias sá fram til hesa ræðuligu tíð, ið koma skuldi, segði hann: “Hjarta mítt gevur seg í mær, eg fái ikki tagt! Tí lúðraljóð, herróp hevur tú hoyrt, sál mín! Oyðing oman á oyðing rópa tey um, ja, alt landið er lagt í oyði!”. . .

”Vreiðidagur er tann dagur við neyð og trongd, dagur við kollvelting og oyðing, dagur við myrkri og níðu, dagur við skýggjum og mjørka, dagur við lúðraljóði og herrópi ímóti hinum víggirdu støðum og hinum høgu múrtindum.”. . . “Sí, dagur Harrans kemur ræðuligur, fullur av bræði og brennandi vreiði, at gera jørðina til oyðimørk og at týna syndararnar av henni.”

Um komandi dag Harrans mælir Guds orð hátíðarliga og bønandi tey trúgvandi at vakna úr andaliga durvinum, og leita til ásjón hansara við angur og eyðmýkt: “Blásið í horn á Zion, blásið harðblástur á heilaga fjalli mínum! Nøtrið, øll tit, sum í landinum búgva! Tí dagur Harrans kemur – hann er nær.” . . . ”lýsið heilaga føstu, kunngerið hátíðarstevnu. Savnið fólkið, lýsið heilaga samkomu, kallið saman hinar gomlu, savnið smábørnini, ja tey, ið súgva móðurbróst! Brúðgómurin, farið út úr kamari sínum, brúðurin, úr brúðarsali sínum! Ímillum forhøllina og altarið skulu prestarnir, tænarar Harrans, standa grátandi.” . . . “Men enntá nú – sigur Harrin – Vendið við til mín av øllum hjarta tykkara og við føstu, gráti og venan, og skræði sundur hjarta tykkara – ikki klæði tykkara – ja, vendið við til Harran Gud tykkara! Tí hann er náðigur og miskunnsamur, langmóðigur og ríkur í miskunn, og hann angrar hitt illa.”

Stór trúbót skal búna fólkið at standa seg á Harrans degi. Gud sá, at nógv geva seg út fyri at vera trúgvandi, og tó ikki fyrireika seg til ævinleikan. Í miskunn sendir hann út ávaring at vekja tey úr sínari durvan at fyrireika seg. Hesa ávaringina finna vit í Jóhannes Opinberings fjúrtanda kapitli sum ein trífaldaðan einglaboðskap, og straks eftir kemur Menniskjasonurin at heysta “grøði jarðarinnar.”

Hin fyrsta av ávaringunum boðar frá um dómin, sum er komin. Profeturin sá ”annan eingil flúgva mitt uppi undir himli; hann hevði ævigt evangelium at kunngera teimum, ið á jørðini búgva – øllum tjóðum, ættum, tungumálum og fólkum. Hann segði við harðari rødd: »Óttist Gud, og gevið honum dýrd! Tí dómstími hansara er komin; tilbiðið hann, sum hevur gjørt himmalin, jørðina, havið og vatnkeldurnar!«”

Berandi boðskapurin er “ævigt evangelium!” At boða gleðiboðskapin er ikki latið einglum í hendi, men menniskjum. Heilagir einglar inspirera trúboðarans arbeiði og standa á odda fyri stóru rørslunum til menniskjunnar frelsu. Men sjálv boðanin av evangeliinum er latin tænarum Kristusar á jørð upp í hendur.

Gudsóttandi menn skuldu lýdnir ímóti Guds boðum og orðsins læru bera heiminum hesa ávaring. Hesir taka profetisku orðini í álvara: “So mikið meira staðfest hava vit profetiska orðið, sum tit gera væl í at akta eftir – eins og eftir ljósi, ið skínur á myrkum staði – inntil lýsir av degi, og morgunstjørnan rísir í hjørtum tykkara.” Heldur enn at leita eftir goymdum skattum, leita teir sær kunnskap um Gud, tí vitan um Gud er teimum tað besta. “Tí betri er at vinna vísdóm enn at vinna silvur, og vinningurin, sum hann gevur, er betri enn gull.” Harrin opinberar stór og góð viðurskiftir um ríkið: “Sum vinur við vin umgongst Harrin tey, ið óttast hann, og sáttmáli hansara skal verða teimum kunngjørdur.”

Hann kom fram
Teir lærdu gudfrøðingarnir skiltu ikki sannleikan, sum aðrir boðaðu. Um teir høvdu verið trúfastir vaktarmenn, høvdu teir vakt og rannsakað skriftirnar við nærlagni og bøn, og tá vitað, hvussu langt náttin var liðin. Spádómarnir høvdu tá víst teimum tilburðin beint fyri durinum. Men gudfrøðingar tóku ikki við boðskapinum, og hann var tí boðaður av eyðmjúkari monnum.

Jesus segði: “...gangi meðan tit hava ljósið, so at myrkrið ikki kemur á tykkum.” Tey, sum venda sær burtur frá ljósinum, sum Gud gav, ella als ikki leita eftir tí, meðan tað er at finna (Es 55:6), verða latin eftir í myrkri. Men Frelsarin sigur: »Eg eri ljós heimsins; tann ið fylgir mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.«31 Øll, sum av álvara royna at fremja vilja Guds, og leggja sær nær at fylgja tí ljósinum, tey longu hava fingið, fara at fáa meira ljós. Til slík verður himmalskur stráluglansur sendur, sum leiðir tey til allan sannleikan.

Í tíðini undan føðing Jesusar kundu prestar og skriftlærdir í Jerusalem týtt tíðarinnar tekin og boðað komuna hjá lovaða Messiasi, men gakk. Spádómur Mika vísti á føðibygdina, og Dánjal skrivaði um tíðina fyri komuna.

Gud hevði litið teimum jødisku leiðarunum allar hesar spádómar til, og teir høvdu onga umbering fyri ikki at vita betri og so at boða fólkinum, at koma Messiasar var nær. Men óvitskan stóðst av vanrøktini, tí teir ikki granskaðu skriftirnar nóg væl.

Jødar bygdu minnismerkir um sínar dripnu profetar, ímeðan teir samstundis við hávirðing fyri heimsins stórmonnum fagnaðu tænarum Satans. Teir vóru so upptiknir av at fáa til vega pláss og vald í hesum heimi, at teir gloymdu tey guddómligu heiðursprógvini, sum Himmalsins Kongur bjóðaði teimum.

Teir elstu í Ísrael áttu við djúpum, eyðmjúkum áhuga at havt granskað Skriftina, um tíð og umstøður fyri stórstu hendingini í allari heimssøguni – táið sonur Guds skuldi koma fyri at frelsa menniskjuni.

Alt fólkið átti at havt bíða fyri at kunna verða ímillum tey fyrstu at bjóða frelsara heimsins vælkomnum. Men í Betlehem máttu tvey móð fólk úr Nazaret ganga um allar Betlehems smølu gøtur og endaðu í útriðjuni eystarumegin bygdina, tí tey uttan úrslit høvdu leitað eftir herbergi, har tey kundu finna neyðugu hvíluna og lívdina fyri náttina. Men eingin hurð varð latin upp. Til endans leitaðu tey sær skjól í einum ússaligum fjósi. Og har varð heimsins frelsari føddur ta somu náttina.

Himmalskir einglar høvdu sæð dýrdina, sum sonur Guds hevði við Faðir sínum, innan heimurin varð til, og teir høvdu við stórum áhuga glett seg til komuna, hesa hendingina, sum átti at givið ta størstu gleði, ið nakrantíð hevði verið hjá fólkinum. Einglar skuldu bera boðskapin til teirra, sum vóru til reiðar at taka ímóti honum og at boða hann víðari til onnur. Kristus hevði eyðmýkt seg til at gerast menniskja. Hann skuldi tola óendaliga pínu, táið hann gav sálina sum bót fyri heimins synd. Kortini vildu einglarnir, at sonur hins hægsta, sjálvt í síni eyðmýking, skuldi sýnast fyri menniskjum við tign, sóma og ljóma, sum hóskaði lyndi hansara. Men vildu jarðarinnar stórmenn savnast í høvuðsstaði Ísraels fyri at bjóða honum vælkomnum?

Skuldu einglaherar leiða hann fram fyri bíðandi skarar? Ein eingil vitjaði nú jørðina fyri at kanna, hvør var til reiðar at bjóða Jesusi vælkomnum. Men eingilin sær einki tekin um nakra bíðan ella nakra fyrireiking. Hann hoyrir ongan takka og prísa, tí Messias nú skuldi koma. Eingilin sveimaði eitt bil yvir tí útvalda býnum og tí templinum, har Gud í øldir hevði opinberað sína nærveru. Men eisini her sær hann líkasælu. Teir prýddu, stoltu prestarnir ofraðu óvirðilig djór í templinum. Farisearar gjørdu seg upp fyri fólki og bóru fram reypandi og breggjandi bønir á gøtuhornum. Og ringa skilið var tað sama á kongsborgini, í heimspekishøllini og í rabbinaraskúlanum. Eingin teirra kom til hugs hesa undurbaru sannroyndina, sum fylti allan Himmalin við frøi, lovsangi og gleði – tí frelsari heimsins skjótt skuldi koma til jarðar.

Einki tekin sást til, at nakar væntaði komu Kristusar. Ongar fyrireikingar vóru at síggja til at taka ímóti lívsins fúrsta. Undrandi legði himmalska sendiboðið leiðina aftur til Himmals við hesum syrgiligu boðunum, men í somu løtuni bar eingilin eyga við nakrar seyðamenn, sum í náttarmyrkrinum ansaðu seyði. Teir hugdu upp í stjørnufylta himmalin, meðan teir sótu og hugsaðu um spádómin um komandi Messias, sum teimum longdist eftir. Her var ein lítil flokkur, sum var til reiðar at taka ímóti soni Guds. Knappliga vísir eingil Harrans seg fyri teimum og ber fram tey gleðiligu boðini. Eitt himmalskt ljós legði seg síðani á slættan, og óteljandi einglar komu til sjóndar. Tað var sum at gleðin var ov stór til at kunna boðast av einum einsamøllum eingli, og tí hevjaðu seg túsundtals røddir til sálmin, sum øll tey frelstu einaferð fara at syngja: “Dýrd verið Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!”

Í advent – í væntan
Hvønn lærdóm rúmar ikki hendan undurfulla søgan, sum hartar vantrúgv, hugmóð og gykl. Hon minnir okkum um, at vera á varhaldi og ikki at lata líkasæluna skugga fyri teknum tíðarinnar – og til at kenna okkara egnu vitjunartíð.

Men tað var ikki bara í Judea fjøllum ímillum fátækar seyðahirðar, at einglar funnu fólk, sum bíðaðu eftir Messiasi. Eisini ímillum heidningar væntaðu menn hann. Tað vóru vísmenn úr eysturlondum, ríkir og aðalbornir náttúrugranskarar, sum høvdu sæð Gud í handaverki hansara! Teir høvdu í hebræisku skriftunum lisið um stjørnuna, sum skuldi rísa frá Jákupi, og teir bíðaðu við longsli eftir honum, sum ikki einans skuldi vera “uggi Ísraels”, men eisini “eitt ljós, sum skal opinberast fyri heidningar,” og gerast “til frelsu inntil enda jarðarinnar.”

Teir leitaðu eftir ljósinum, og ljósið frá Guds trónu lýsti á vegin fyri føtur teirra. Ímeðan prestar og rabbinarar, sannleikans útvaldu vaktarmenn, vóru huldir inn í myrkur, vísti ein stjørna á himli hesum fremmandu fram til føðistað nýfødda Kongsins.

Hann kemur
Tað er “fyri tey, sum bíða eftir honum,” at Kristus “aðru ferð – og uttan synd – opinberar seg teimum til frelsu.” Eins og boðskapurin um føðing Frelsarans var, so er boðskapurin um afturkomuna í skýggjunum ikki litin kirkjuleiðarum til. Teir høvdu ikki varðveitt sambandið við Gud og noktaðu at taka við ljósi Himmals. Tí hoyrdu teir ikki til ímillum teirra, sum Paulus lýsti: ”Men tit brøður liva ikki í myrkri, so dagurin kann koma á tykkum sum tjóvur. Tí øll eru tit ljóssins børn; vit hoyra ikki náttini ella myrkrinum til.”

Vaktarar Zions áttu at veri teir fyrstu at hoyrt boðini um komu Frelsarans, teir fyrstu at hevja røddina til at boða nærleika hansara og fyrstir til at minna fólkið á, at fyrireika seg til komuna. Men teir vóru sorgleysir - droymdu um frið og tryggleika - ímeðan fólkið svav í syndunum.

Jesus sá samkomuna sum fruktaleysa fikutræið, pyntað við bløðum, men við ongari frukt. Trúarinnar ytru formar vóru til staðar. Men sonn eyðmýkt, angur og trúgv, sum eina kunnu vinna tokka Guds, manglaði. Í staðin fyri dygdir Andans, var hugmóð, formalisma, forfeingiligheit, sjálvssøkni og kúgan. Ein fráfallin kirkja lat eyguni aftur fyri teknunum í tíðini. Men Gud sveik hana ikki, og tolið var ikki uppi. Samkoman sleit kærleikan. Og av tí, at hon noktaði at halda treytirnar, vórðu lyftir hansara til hana ikki uppfylt.

Soleiðis verður úrslitið ósvitaliga, táið Guds ljós og gávur ikki verða vird. Um kirkjan ikki vil taka við læru og taka ímóti hvørjari einastu ljósstrálu og átaka sær hvørja ásetta skyldu, tá vil átrúnaðurin í roynd og veru bert gerast til okkurt formelt, og andin av hini livandi gudsóttanini síðani hvørva. Hesin sannleikin kann ferð eftir ferð ávísast í kirkjusøguni. Gud krevur, at hansara fólk vísir trúgv og lýdni, sum svarar til teir ágóðar og tær signingar, sum hann gevur teimum.

Lýdni krevur, at sagt verður ja til at bera offur, og ja til at taka krossin á seg. Hetta er grundin til at so mong, sum lótust at vera Kristi ápostlar, noktaðu at taka við ljósinum úr Himli. Tey líkjast fortíðar jødum, sum ikki góvu sær gætur um sína egnu vitjunartíð. ”Teir skulu leggja teg heilt í oyði og børn tíni í tær, og ikki lata stein eftir á steini í tær - tí tú kendi ikki tíðina, táið tú vart vitjaður.”35 Grundað á hugmóð og vantrúgv fór Harrin fram við teimum, men hann opinberaði sín sannleika fyri øðrum eins og fyri hirðunum á markini og vísmonnunum úr eystri, sum høvdu givið tí ljósinum gætur, sum teimum varð givið.