Bardagin Mikli kapitel 2. Fra side 39tilbage

Forfylging fyrr og nú

Táið Jesus segði lærusveinunum frá um lagnu Jerusalems og um hvat henda skuldi við aðru komu sína, segði hann eisini hvat fólk hansara komu út fyri í tíðini inntil hann kom aftur at útfría teir. Frá Oljufjallinum sá hann ta ræðuligu mótstøðuna, sum ápostlasamkoman skjótt fór at uppliva.

Men hann sá eisini longur inn í framtíðina til tær stormfullu tíðir, sum viðhaldsfólk hansara í øldir skuldi uppliva við myrkri og forfylging. Í fáum týðandi setningum spáddi hann um tær líðingar, sum valdsharrar heimsins fóru at geva samkomu Guds.1 Eftirfylgjarar Krists skuldu møta somu eyðmýkingum, vanærum og pínum sum harri teirra. Tann sami fíggindskapurin sum heimsins frelsari fekk at føla, fór at raka øll sum trúðu á hann.

Forfylging í Romverjaríkinum
Søgan hjá frumsamkomuni staðfestir orð Krists. Øll heimsins og óndskapsins veldir gjørdu seg út til stríð ímóti Kristusi við at jagstra viðhaldsfólkini. Talsmenn heidninganna sóu, at teirra egnu templir og altar fóru at verða við undirlutan og hvørva um gleðiboðskapurin sigraði. Tí brúktu teir allan sín mátt til at oyða kristindómin og ein jagstran var sett í verk. Teir tóku allar ognirnar frá teimum og jagstraðu tey út úr húsum sínum. Tey møttu stórum líðingum og vórðu noydd ”at tola háan og písk, ja, eisini leinkjur og fongsul.”2 Nógv doyðu fyri trúnna. Aðalsmenn og trælir, rík og fátøk, lærd og ólærd vórðu náðisleyst dripin.

Hesar forfylgingarnar, sum byrjaðu undir Nero keisara (54-68 e.Kr.), umleið táið Paulus doyði sum blóðvitni, og tær hildu fram við skiftandi styrki í nógvar øldir. Tey kristnu vóru ákærd fyri bæði líkt og ólíkt, ja, ringastu brotsverk og vórðu skuldsett fyri allar ræðuligar vanlukkur – hungursneyðir, pestir og jarðskjálvtar. Táið tey møttu hatri, stóðu smettarar altíð til reiðar at vísa á tey ímóti gjaldi. Tey vórðu skírd uppreistrar- og kollveltingarsinnað, fíggindar av verandi átrúnaði og ein samfelagspest. Nógv vórðu blakað fyri vill dýr á amfi-leikvøllum ella brend livandi. Nøkur vórðu krossfest, onnur vórðu ílatin skinn av rovdýrum og kastað inn á stríðsvøllin og har skrødd sundur av hundum. Hetta var stóra løtan til veitslur við almenn tiltøk, ið dróg stórar fjøldir til, sum komu saman at uppliva ræðsluskríggini, sum tey stuttleikaðu sær við, flentu at og klappaðu fyri.

Allastaðni har tey kristnu royndu at liva, vórðu tey jagstraði sum vill djór. Tey royndu at goyma seg á avsíðis oyddum plássum. ”Tey vóru neyðstødd, høvdu tað ringt við harðari viðferð. Tey vóru ov góð til hendan heimin. Tey fjakkaðu runt í oyðimørkum og fjøllum, og hildu til í holum og hellum.”3

Í túsindavís hildu til í katakombunum undir heyggjunum uttanfyri Rom, har langar gangir vórðu grivnar undir jørð. Hesar myrku labyrintir strektu seg nógvar kilometrar uttanfyri býarmúrin. Táið Lívgevarin einaferð vekir tey aftur, sum stríðst hava hitt góða stríði, vilja mong blóðvitnir koma fram úr hesum døpru holunum, sum fóru í deyðan fyri Kristi skuld. Vitnir Jesusar hildu fast í trúnni mitt undir hesum ræðuligu forfylgingum. Tey manglaðu alt tað neyðuga at liva av. Tey noyddust at siga sólarljósið frá sær og hildu til í myrkum, men gestablíðum jørðholum.

Blóðvitnini vóru sáðkorn kristindómsins
Hóast alt kærdu tey seg ikki. Við at styðja hvønn annan, tosað brøður og systrar upp og eggjandi at vísa tol í trúgv, fingu tey styrkina til at tola neyð og avsakn. Hóast tey mistu alt materielt, avnokaðu tey ikki trúnna á Jesus. Hugburðurin var, at royndir og forfylging leiddi tey bara stig fyri stig nærri at hvíldini og lønini.

Eins og fólk Guds í eldri tíðum, vórðu nøkur av teimum spent út á pínubonk og tóku ikki við útloysing, tí tey heldur vildu hava lut í eini betri uppreisn. Tey mintust orð Frelsarans, táið tey vórðu jagstrað fyri hansara skuld, at gleða og frøða seg, tí tey vildu fáa stóra løn í Himli. Á sama hátt vórðu profetarnir jagstraðir innan tey. Tey gleddu seg um at vera funnin verdug at líða fyri Kristi skuld, og mitt í teimum brakandi eldslogunum, ljóðaði mangan sigurssongur. Við trúðareygum sóu tey Kristus og einglarnar at fylgja sær við allartørsta áhuga. Teir fylgdu við í øllum, sum hendi og gleddu seg yvir, at tey stóðu føst. Frammanfyri trónu Guds hoyrdu tey eina rødd, sum segði: ”Verð trúgvur inntil deyðan, so skal eg geva tær lívsins krúnu.”4

Til einkis royndi Satan at spilla samkomu Krists við valdi. Tað stóra stríði sum Jesu eftirfylgjarar máttu bøta fyri við lívinum, steðgaði ikki hesum trúføstu berarunum av merki Guds. Teir sigraðu í ósigrinum. Tænarar Guds vórðu dripnir, men verkið gekk framá. Tey vunnu støðugt undirtøku og viðhaldsfólkið vaks í tali. Gleðiboðini skotraðu seg fram til illa gongd pláss, sum valdsmaskinan hjá Rom ikki var før fyri at røkka. Táið ein kristin einaferð mótsegði heidnar leiðarnar fyri at vera so harðligar, segði hann: ”Tit kunnu drepa, pína og fordøma okkum . . . órættvísa framferð tykkara er júst prógvið fyri, at vit eru ósek . . . ei heldur fer tykkara grimdarhugur at gagna tykkum.” Harðligheitin fær bara fleiri at taka við trúnni. ”Jú oftari tit sláa okkum niður, tess fleiri verða vit. Blóð teirra kristnu er sáðkorn teirra.”5

Í túsundatali vórðu fongslað og dripin, men onnur komu í teirra stað. Tey, sum blivu blóðvitnir fyri trúnna, hoyrdu Kristusi til, og hann roknaði tey fyri sigrandi. Tey høvdu strítt hitt góða stríðið og fáa krúnu lívsins táið Jesus kemur aftur. Líðingin, sum tey kristnu máttu tola, leiddi tey nærri hvør at øðrum og at Frelsaranum. Teirra fyridømi í lívinum og játtan í deyðanum, var støðigur vitnisburður fyri evangeliið. Har tað var minst væntað, fóru eftirfylgjarar Satans eisini úr hansara tænastu og yvir til Kristusar.

Heiðinskapur sígur seg í kristindóm
Fyri munabetri at stríðast ímóti vilja Guds, vildi Satan nú seta sítt egna merki inn í sjálva samkomuna. Um hann fekk villleitt eftirfylgjarar Kristusar og fáa teir at gera ímóti vilja Guds, vildu teir missa máttin og dirvið og tá gerast ein løtt veiða.

Við snildum royndi Satan nú at náa tað, sum hann ikki náddi við valdsnýtslu. Forfylgingarnar steðgaðu í eitt tíðarbil og ístaðin upplivdu tey kristnu eina friðarliga tíð við materiellum framburði og hægri sosialum umdømi. Avgudadyrkarar tóku ein part av kristnu trúnni til sín, men vrakaðu aðrar týðandi lærir. Teir søgdu seg at trúgva á Son Guds, at hann doyði og reis upp aftur. Men teir høvdu eina aðra áskoðan til ásannan av synd og kendu onga trongd til at angra synd og at fáa eitt nýtt hjarta. Teir gjørdu tó ávísar játtanir og mæltu teimum kristnu til at taka undir við sær, soleiðis at tey kundu standa saman í trúnni á Kristus.

Nú var samkoman í stórum vanda. Fongsul, píning, bál og svørð vóru tó betri enn hetta. Nøkur av teimum kristnu boygdu seg ikki og vildu ikki gera nakra neyðsemju. Onnur vóru sinnað til at lora eitt sindur á ávísum økjum fyri at ganga teimum ”nýkristnu” á møti. Tey søgdu, at hetta kanska vildi gera sítt til at vinna tey fult og heilt. Hetta var ein ónd tíð fyri tey trúføstu kristnu. Undir kristnum kappa var Satan í fer við at sníkja seg inn í samkomuna fyri at spilla trúgv teirra kristnu og leiða tey burtur frá hini reinu læru evangeliumsins.

At enda varð meirilutin av teimum kristnu við uppá at lækka støðið til krøvini og tá kom ein semja ímillum slíkan kristindóm og heiðinskap. Hóast avgudadyrkararnir av navni nú vóru kristnir og limaðu seg inn í samkomuna, hildu teir fram við avgudadyrkan. Teir skiftu bara avgudamyndirnar út við myndir av Jesusi, Mariumoy og øðrum halgimennum. Avgudatilbiðjan er vandamikið súrdeiggj og hon var nú komin í samkomuna og helt fram at gera sítt oyðingarverk. Følsk læra, yvirtrúgv og siðaatburðir til avgudarnar vórðu blandaði saman við kirkjunnar trúgv og gudstænastur.

Táið eftirfylgjarar Kristusar fóru saman við avgudadyrkarum, spiltist tann sanni kristindómurin og samkoman misti bæði kraft og reinleika. Tó vóru nøkur, sum ikki vórðu rivin við av hesum villleiðingunum. Tey hildu fram við at vera trúgv ímóti evangeliumsins upphavsmanni og tilbóðu Gud eina.

Tað hava altíð verið tvey sløg av játtandi kristnum. Tann eini bólkurin hevur lív Kristusar til fyrimynd og roynir álvarsliga at rætta seg inn til at liva eftir sínari guddómligu fyrimynd. Hin bólkurin sleppur sær undan greiðu vitnisburðunum, sum avdúka misbrot teirra. Ikki eingang táið samkoman var á sínum besta, vóru einans trúføst, rein og erlig fólk í henni. Jesus lærdi, at tey sum syndaðu við vilja, ikki áttu at innlimast í samkomuna. Hóast tað, so tók hann sjálvur persónar til sín við vánaligum huglagi og lat hesar njóta gott av undirvísing og fyridømi sínum, soleiðis at teir skuldu kunna innsíggja síni lýtir og rætta tey. Ímillum teir fyrstu 12 ápostlarnar var en svíkjari. Judas var góðtikin í lærusveinahópin hóast sínar vánaligu eginleikar. Tað var fyri at hann ígjøgnum undirvísing Kristusar og fyridømi hansara skuldi læra og skilja hvat kristinlívið skal vera og soleiðis ásanna síni brek til at venda um – og av náði Guds at verða reinsaður, við at ”vera sannleikanum lýðin.”

Men Judas gekk ikki eftir tí ljósi, sum Gud lat lýsa á hann. Judas lat vegin standa opnan fyri Satani við eftirlati til synd. Vánaligu eginleikarnir sluppu at ráða. Hann gav eftir fyri óndum veldum og varð illur, táið brek hansara vórðu átalaði. Soleiðis gekk tað til, at hann gjørdi tað ræðuligasta brotsverkið við at svíkja harra sín. Allir játtarar at vera kristin, sum geva eftir fyri tí ónda, hata tey, sum órógva frið teirra við at átala syndiga lív teirra. Og táið høvið kemur, vilja tey eins og Judas svíkja tey, sum royndu at vísa teimum á hin rætta vegin.

Í samkomuni møttu ápostlarnir slíkum, ið roknaðu seg fyri at vera gudrøkin, men í tí dulda syndaðu. Ánanias og Saffira bóru seg at sum snýtarar, táið tey lótu sum um, at tey høvdu ofrað alt, men í veruleikanum goymdu nakað eftir til seg sjálv. Andi sannleikans vísti ápostlunum, hvussu hesi fólk í veruleika vóru og dómur Guds reinsaði skammblettin út úr samkomuni. Hettar er sjónliga prógvið fyri, at Andi Guds rannsakaði alt í samkomuni og umtalaða hendingin var til skelk og ávaring fyri allar hyklarar og øll illgerðarfólk. Upp á sikt ber ikki til hjá slíkum at vera saman við teimum, sum í øllum sínum atburði vitna um Kristus. Táið Kristi eftirfylgjarar vórðu forfylgd, vóru tað bert tey, sum vildu ofra alt fyri sannleikan og rættvísi, sum veruliga ynsktu at vera ápostlar hansara. So leingi at samkoman varð jagstrað, var samkoman lutfalsliga rein. Men táið forfylgingin tók av, komu onnur uppí, sum ikki vóru eins rótfest í erligheit og gudsótta, og tá kundi Satan vinna sær fótafesti.

Fúrsti ljóssins og fúrsti myrkursins hava einki í felag og tí kann eingin felagsskapur vera millum teirra viðhaldsfólk. Táið tey kristnu góvu eftir fyri at vera saman við teimum, sum bara partvíst hvødu vent heiðinskapinum bakið, fóru tey inn á ein veg, sum bar tey longur og longur burtur frá sannleikanum.

Satan var og er ovurfegin yvir, at tað eydnast at villleiða so nógvar eftirfylgjarar Krists, og royndi enn meira at ávirka tey navnkristnu til at forfylgja teir, ið enn vóru Gudi trúgvir. Eingin hevði og hevur størri møguleikar at mótarbeiða teimum sonnu kristnu, enn tey, sum einaferð høvdu verið sannir kristnir trúarverjar. Hesi fráfalnu kristnu og teirra hálvheidnu trúarfelagir gjørdu og gera nú álop á fleiri kjarnur í Kristusar læru.

Tey, ið vildu vera Gudi trúgv, stríddust eitt strævi stríð ímóti villingunum, sum í kristnum duldarklæðum vórðu innførd í kirkjuna. Bíblian varð ikki longur viðurkend sum trúarinnar fasta leiðregla. Trúarfrælsi var skírt trúarvilling og tey, sum ynsktu trúarfrælsi vórðu bæði hatað og sektað.

Eftir eitt langt og hart stríð avgjørdu tey trúføstu at slíta alt samband við ta fráfalnu kirkjuna, um hon ikki steðgaði øllum lygnunum og avgudadyrkanini. Tey ásannaðu eftirhondini, at tey máttu skifta samkomu fyri at verða orði Guds lýðin. Tey váðaðu ikki at góðtaka slíkar lagnutungar villleiðingar og soleiðis at vísa deyðsfarligt fyridømi fyri børn síni.

Fyri at varðveita frið og samanhald vóru tey nokk fyri, at gera ávís játtilsir, sum vóru í tráð við trúskapin ímóti Gudi. Men tey ásannaðu eisini, at sjálvt friður kundi verða ov dýrt keyptur, um tey vórðu noydd til at uppgeva grundreglur. Um einleikin bert kundi fáast sum goldin við sleptum sannleika og sleptum rættvísi, tá var betur at halda fram sum ósamd, ja, um tað so skuldi gerast til kríggj.

Evangeliið erein friðarboðskapur
Tað vildi gagna bæði kirkjuni og øllum heiminum um grundreglurnar, sum tey kristnu hildu seg til, vórðu endurlívgaðar í allari kristinheitini. Ein hættislig líkasæla er nú ráðandi um grundleggjandi kjarnulærur í hini kristnu trúnni. Tað gerst alt meiri vanligt at síggja hesar grundleggjandi lívsreglurnar sum lítilsvirdar. Hetta fráfallið styrkir ørindasveinar Satans og mong játtandi kristin góðtaka følsk ástøðir og hættisligar villleiðingar, sum tey upprunaligu trúføstu kristnu váðaðu sítt lív fyri, til tess at arbeiða ímóti teimum og avdúka tær.

Tey fyrstu kristnu vóru veruliga eitt serliga eyðkent fólk. Teirra reina lív og klettafasta trúgv var ein áhaldandi áminning til syndarar. Hóast tey vóru fá og hvørki áttu ríkidømi, navnfram heitir ella heiðursmerkir, vóru tey ein ræðsla fyri brotsmenn allastaðni at teirra persónligheit varð kend. Ónd fólk hataðu tey á sama hátt sum tann ógudiligi Káin hataði bróður sín Abel.

Fólk Guds vórðu dripin av teimum, sum royndu at loysa seg frá ávirkanini frá heilaga Andanum. Tey framdu tað við sama motivi sum fekk Káin at drepa beiggja sín, og tað var eisini orsøkn til, at jødarnir vrakaðu og krossfestu Kristus. Hansara reini og heilagi verimáti var ein áhaldandi hartan av sjálvgóðsku og vánaliga morali teirra. Og heilt frá tíð Kristusar á foldum hava trúføstu viðhaldsfólkini tendrað eitt hatur til mótstøðu frá teimum, sum liva í synd.

Hvussu kann evangeliið vera ein friðarboðskapur? Táið Esajas skrivaði um føðing Krists, kallaði hann hann »Friarfúrsti!« Táið einglarnir kunngjørdu hirðunum, at Kristus var føddur, sungu teir: ”Æraður verið Gud í tí hægsta og friður á jørð millum mennniskju, ið hava tokka Guds.” At síggja til er jú einki samsvar her við orð Krists, at: ”Eg eri ikki komin at bera frið, men svørð!”6 Men í veruleikanum er fult samsvar. Evangeliið er ein friðarboðskapur. Um tann kristna trúgvin fekk sítt rætta pláss og allastaðni varð eftirlivað, tá hevði tað skapt frið og harmoni allastaðni á jørðini.

Tað var uppgáva Jesusar at semja menniskjuni við Gud og við hvørji onnur. Men heimurin er sæð undir eini heild, undir harradømi Satans, hjá honum, sum er hin beiskasti mótstøðumaður Kristusar.

Evngeliið inniheldur lívsgrundarreglur, sum eru í fullum stríði við vanar og ynskir manna, og tí gera fólk uppreistur ímóti teimum. Tey hata reinleikan, sum avdúkar og fordømir teirra syndir. Og tí jagstra tey hesi og royna at týna øll sum halda seg til rættvísu og heilagu krøv evangeliumsins. Við tað, at hesir høgu sannleikar í evangeliinum leiða til hatur og stríð, gerst evangeliið soleiðis skilt til eitt framprovokerandi kalt svørð.

At gudloysingarnir fáa loyvi til at jagstra tey rættvísu, hevur ørkymla mong, sum eru veik í trúnni. Nøkur verða enntá freistaði til at uppgeva trúnna á Gud, tí hann loyvir, at tað gongur teimum mest óndsinnaðu væl, ímeðan tey mest hásinnaðu verða pínd og plágað av gudleysum. Hvussu kann ein miskunnsamur og náðigur Gud, sum eisini er almáttugur, geva loyvi til eitt slíkt órættvísi og eina slíka kúgan, spyrja tey. Men hetta er nakað, sum vit ikki eiga at seta okkum niður at grunda yvir. Gud hevur givið okkum nóg stór prógv fyri kærleika sín, og vit skulu ikki ivast í góðsku hansara, tí vit ikki altíð skilja gerðir hansara.

Jesus sá frammanundan komandi royndir og myrkar tímar hjá ápostlunum, sum fóru at skapa iva. Hann segði tí við teir: ”Tænarin er ikki størri enn harri hansara. Hava tey søkt at mær, fara tey at søkja at tykkum við.”7 Jesus varð verri píndur enn nakar av hansara eftirfylgjarum kunnu verða píndir av ræðuleikum frá óndum monnum. Tey, sum mest verða pínd og gerast blóðvitnir, ganga tá í Jesu fótaspor.

”Harrin er ikki seinførur við lyftinum — tó at summi halda tað vera seinføri — nei, hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí at hann vil ikki at nakar skal fortapast; men at øll skulu koma til umvending.”8 Hann gloymir ikki tey, sum fylgja sær og svíkir tey ikki. Hann letur ónd menniskju avdúka sína veruligu natúr fyri at eingin, sum vil gera vilja hansara, skal verða leiddur inn á eitt gali spor. Tey rættvísu koma inn í lýðingarinnar ovn fyri at verða reinsaði, soleiðis at teirra fyridømi kann sannføra onnur um, at trúgvin og gudsóttin eru sonn virðir. Teirra rættvísa lív er ein ákæra ímóti teimum vantrúgvandi og gudloysingunum.

Gud loyvir teimum óndu framgongd og at tey tá avdúka sína fíggindaligu muru ímóti sær, fyri at øll skulu síggja, at hann er rættvísur og miskunnsamur, táið hann fer at oyða tey aftaná, at tey hava fylt bikar síni við synd. Hevndarinnar dagur nærkast við risafetum, táið øll, sum hava fyri vana at bróta lóg Guds og at kúga fólk hansara, fáa sína rættvísu revsing. Øll grimd og órættvísi ímóti fólki Guds verður revsað eins og at hon var framd ímóti Kristusi sjálvum.

Tað er eisini eitt annað og meiri týðandi mál, sum átti at hugfongt kirkjurnar og samkomurnar nú á døgum. Ápostulin Paulus sigur at ”øll, sum vilja liva gudiliga í Kristusi Jesusi, skulu verða atsøkt.”9(Samanber Luk 6:26) Men hvør er so orsøkin til, at jagstranin fyri ein stóran part tykist at vera hildin uppat? Svarið er einfalt, at kristinheitin er farin at líkjast heiminum og tí ikki eggjar til mótstøðuna longur. Tann vanligi lívshátturin hjá dagsins kristnu hevur ikki tann reina og heilaga dámin, sum eyðkendi ta kristnu trúnna á Jesusar og ápostlanna døgum.

Táið kristindómurin at síggja til kann verða høgt mettur í heiminum, er tað bara tí hann hevur givið eftir við syndini og tí orð Guds verður viðfarið við líkasælu og eisini tí, at so lítið er til av livandi gudsótta. Men verður tann trúgvin og mergjanin, sum eyðkendi ápostlasamkomuna, aftur vakt til lívs, vil hesin lívshátturin av nýggjum savna hatur og mótstøðu, soleiðis at jagstranin aftur festir í.