Bardagin Mikli kapitel 20. Fra side 355tilbage

Ein heimsveking

Ķ bošskapi fyrsta eingils ķ Opinberingini 14 er bošaš stór trśarveking ķ sambandi viš Jesu afturkomu um stutta tķš. Profeturin sį ein eingil flśgva uppi undir himmalhvįlvinum: ”Eg sį annan eingil flśgva mitt uppi undir himli, hann hevši ęvigt evangelium at kunngera teimum, iš į jųrdšini bśgva — ųllum tjóšum, ęttum, tungumįlum og fólkum. Hann segši viš haršari rųdd: »Óttist Gud, og geviš honum dżrd! Tķ dómstķmi hansara er komin, tilbišiš hann, sum hevur gjųrt himmalin, jųršina, haviš og vatnkeldurnar!«”

Dómstķmin
At ein eingil er nevndur til bošberan er av sera stórum tżdningi. Hin alvķsi Gud vildi viš honum lżsa dżrdina og mįttin ķ hesum avgerandi verkinum viš tķ reinleika, stórbari og kraft, sum eyškennir hettar himmalska sendiboš. Eingilin, sum flżgur ”uppi undir himmalhvįlvinum” og bošar ”įvaringina viš haršari rųdd til allar tjóšir, ęttir, tungumįl og fólk,” vķsir, at įvaringin feršast skjótt runt um allan heimin.

Sjįlv bošini siga nakaš um ta tķšina, tįiš hetta hendir. Taš er ein partur av tķ ”ęviga evangeliinum”, sum her er komiš til, at dómurin er byrjašur. Evangeliiš er bošaš allar ųldir, men hesin parturin kundi ikki verša bošašur fyrr enn komiš varš til heimsins endaligu dagar, tķ ikki fyrr enn tįiš tann tķšin kom, bar til at siga, at siga: ”dómstķmin er komin.” Profetiirnar lżsa eina rųša av hendingum, sum ķ skipašari rašfylgju leiša ķmóti endatķšini, tįiš dómurin byrjaši. Hetta er ikki minst sagt frį ķ bók Dįnjals. Hann fekk kunnaš, at ein partur av tķ, sum honum varš opinberaš, var galdandi fyri ”tķš endans” og inntil tį at vera afturlatin og forseglaš. Bošskapurin um dómin, sum grundar seg į uppfyllingina av profetiina, givin varš Dįnjali, kundi ikki bošast innan komiš var til hesa tķšina. Men tį skuldu ”mong granska ķ henni og kunnskapurin verša stórur.”

Paulus įpostil įvaraši samkomuna ikki at vęnta Kristi afturkomu į sķni tķš: ”Fyrst mį jś frįfalliš koma, og syndamašurin stķga fram, fortapingarsonurin.” Vit kunnu tķ ikki vęnta Harrans afturkomu innan taš stóra frįfalliš er fullfķggjaš og hitt langa tķšarskeišiš er runniš, ķmešan ”hin lógleysi” er viš ręšiš.

”Loynimįl lógloysins”, . . . ”um hann, sum endar ķ glatan,” er ein lżsing av pįvaveldinum, sum skuldi rįša ķ 1260 įr. Hetta tķšarskeiš endaši ķ 1798. Kristi afturkoma kundi tķ ikki verša innan taš įriš. Įvaring Paulusar fevnir alt taš kristna tķšarhśsarhaldiš fram til 1798. Taš var aftanį taš įriš, at bošskapurin um Kristi afturkomu tók dik til at verša bošašur.

Ein bošskapur, sum jśst hesin, var ikki fyrr bošašur. Paulus bošaši hann ikki, sum vit hava sęš. Viš trśarfelagar segši hann, at teir ikki kundu vęnta Harrans komu ķ drśgva tķš, tķ hon var langt inni ķ framtķšini. Ei heldur trśbótarmenninir bošašu hana.

Martin Luther helt einaferš fyri, at dómurin mundi koma um eini 300 įr aftanį hansara lķvitķš. Men aftanį hendingarnar kring 1798, er innsigliš ķ Dįnjals Bók tikiš burtur og kunnleikin um profetiirnar er ųktur og mong hava bošaš taš įlvarsama, at dómadagurin er komin nęr.

Heimstrśbošarin Joseph Wollf
Eins og tann stóra trśbótin ķ 1500-talinum, kom adventsrųrslan at kalla samstundis ķ fleiri kristnum londum. Bęši ķ Evropa og ķ Amerika fóru gudsóttandi fólk at granska profetiir viš at fordjśpa seg ķ innblįsta oršinum, og funnu sannfųrandi vitnisburšir um, at tķšin var um at fjara śt. Ķ ymiskum londum vóru óheftir kristnir bólkar, sum viš at granska ķ heilagu Skriftini gjųrdust sannfųrdir um, at afturkoma Kristusar er tętt viš og at tann eftirverandi tķšin stutt.

Ķ 1821, trż įr eftir at Miller varš greišur yvir spįdómin um dag dómsins (samanber Įp 17:31 ? Op 14:7), fór hesin heimstrśbošarin, Joseph Wolff (1795-1862) at boša Harrans afturkomu at vera komna nęr. Hann var fųddur ķ Tżsklandi av jųdiskum foreldrum og pįpin var rabbinari. Sum heilt ungur varš hann sannfųrdur um sannleikan ķ kristnu trśnni. Glųggur og vitanarhugašur sum hann var, lurtaši hann altķš vęl eftir samtalum, sum hann hoyrdi heima, har frómir jųdar at kalla dagliga hittust at tosa um vónina og vęntanina hjį jųdunum um hin komandi Messias og endurreisnina av Ķsrael.

Einaferš hoyrdi hann Jesus frį Nasaret nevndan, og spurdi so: hvųr var hann? ”Ein sera evnarķkur jųdi,” var svariš. ”Men tį hann segši seg sjįlvan vera Messias, varš hann dųmdur til deyša av jųdiska rįšnum.” . . . ”Hvķ varš Jerusalem lagt ķ oyši?” helt hann fram at spyrja, og ”hvķ eru vit flóttafólk ķ śtlegd?” . . . ”Akk, akk!” svaraši hann: ”Tķ jųdarnir drópu profetarnar.” Ķ somu lųtuni slóg hesin tankin seg fasta ķ drongin: ”Kanska Jesus eisini var ein profetur, sum jųdarnir drópu, og enntį ósekan!”

Hesin tankin festi seg so dyggiliga, at hann mangan stóš uttanfyri eina kirkju og lurtaši eftir bošanini. Honum var heimanķfrį ikki loyvt at fara inn ķ kirkjuna.

Jóseph var bara 7 įra gamal tįiš hann einaferš viš ein kristnan granna reypaši um, at Ķsrael fór at uppliva eina framśr góša framtķš tįiš Messias kom. Til taš svaraši mašurin vinaliga: ”Eg skal siga tęr um tann veruliga Messias, drongur mķn. Taš var Jesus frį Nasaret, sum fedrar tķnir krossfestu, sum teir eisini gjųrdu viš profetarnar ķ gomlum dųgum. Far heim og les Esajas 53. kapittil, tį veršur tś nokk sannfųrdur um, at Jesus Kristus er sonur Guds.”

Hetta hevši stór įrin į hann. Tį hann fór heim og lęs ķ Bķbliuni, undraši hann seg yvir, hvussu neyvt profetiin var uppfylt į Jesu frį Nasaret. Var taš veruliga satt, alt taš, sum kristni mašurin hevši sagt? Drongurin baš pįpa sķn forklįra profetiina, men taš varš vķst aftur viš einari slķkari avvķsandi tųgn, at hann ongantķš aftur tordi at tala um taš aftur. Men taš ųkti bara um ynskiš at lęra meira um kristindómin.

Heima gjųrdu tey alt fyri at krógva taš fyri Jósephi, sum hann so fegin vildi vita meira um. Bara 11 įra gamal fór hann heimanķfrį og śt ķ stóru verš at nema sęr śtbśgving, soleišis at hann sjįlvur kundi velja sķn įtrśna og sķtt lķvsverk. Fyrstu tķšina bśši hann hjį ęttarfólki. Men taš vardi ikki so leingi til hann varš burturvķstur sum ein frįfallin. Einsamallur og uttan pengar varš hann noyddur til at klįra seg sjįlvan sum best. Hann feršašist staš śr staš, lęs nógv og livdi av at undirvķsa ķ hebraiskum.

Ein katólskur lęrari fekk hann at gerast katolikk og at trśboša ķmillum sķtt egna fólk. Viš hesi ętlan fór hann nųkur įr seinni į eitt katólskt fróšskaparsetur ķ Rom at lesa. Men her fekk hann eftirhondini skotiš ķ skógvarnar, at hann var trśarvillingur, tķ hann var vanur viš at hugsa sjįlvstųšugt og at siga sķna meining beint śt. Hann gjųrdi alment įlop į kirkjunnar misbrśk og eftirlżsti nżggjar įbųtur fyri kirkjuna. At byrja viš fekk hann tó góša og fryntliga višfer frį teimum hųgu pįvaligu kirkjumonnunum, men tįiš ein tķš var lišin, var hann sendur śr Rom. Undir kirkjuligum eftirliti fór hann tį staš śr staš, inntil taš var pśra greitt, at hann onga ętlan hevši um at boyggja seg undir ok Rómakirkjunnar. Stemplašur sum óforbeturligur, kundi hann nś rķša og reisa har hann sjįlvur vildi. At enda fór hann til Onglands og trśarskifti har til protestant og limaši seg ķ ensku kirkjuna. Og tvey įr seinni fór hann ķ 1821 śt į sķna heimsmisjón ķ nógv nógv lond.

Wolff tók ungur ķmóti bošskapinum um Kristus, sum fyrstu ferš kom til jaršar sum ”ein pķnunnar mašur, iš kendur var viš sjśku.” Men hann var eisini klįrur yvir, at profetiirnar eins greitt talašu um ”hansara ašru komu ķ kraft og dżrd”. Hann royndi at sannfųra sķtt egna fólk um, at Jesus frį Nasaret var hin lovaši Messias og at gera teir kunnigar um fyrstu komu hansara ķ eyšmjśkleika, sum offur fyri allar syndir manna. Samstundis undirvķsti hann um afturkomu hansara sum kongur og frelsari.

”Jesus frį Nasaret, veruligi Messias, sum fekk bęši hendur og fųtur sķnar gjųgnumspķkašar, sum eins og lamb varš leiddur į flettingarborš, sum var ein pķnunnar mašur kendur viš sjśku, sum kom fyrstu ferš eftir at kongastavur Judarķkis var mistur og leišslustavurin undir fótum horvin, Hann skal koma ašruferš ķ skżggjum himmals viš yvireingils rópi og lśšraljóšum śr Guds basśnum.”

”Hann skal standa į Oljufjallinum og į tķ harradųmiš, iš Adam einaferš fekk til alt taš skapta og misti, tķ taš skal Kristus fįa. Hann skal vera kongur yvir alla jųršina. Suff og klaga skulu enda hjį ųllum skapninginum og skifta til lovprķsan, tįiš Jesus kemur ķ dżrd Faširsins viš ųllum heilagu einglunum, og tį skulu tey deyšu ķ trśnni fyrst rķsa upp. Hetta er tann, sum vit kristnu kalla fyri hina fyrstu uppreisnina. Tį skulu dżrini broyta sķna natśr og verša lųgd undir Kristus. Taš skal vera frišur allastašni. Harrin skal aftur kunna lżta nišur į jųršina og siga: Taš er sera gott!”

Wolff trśši at hann skjótt vildi koma. Soleišis sum hann skilti profetisku tķšarskeišini, vildi heimsins endi koma eitt tķšarhvarv, sum lį tętt viš Millers tķšarhvarv. Tįiš fólk vķstu į, at ”dagin og tķman kennir eingin!” og at menniskjuni einki vita um nęr Harrin kemur, svaraši Wolff ofta soleišis: ”Hevur Harrin sagt, at dagurin og tķmin aldrin skal verša kendur? Hevur hann ikki giviš okkum tekin tķšarinnar, soleišis at vit ķ minsta lagi skulu vita nęr hann nęrkast, eins og vit vita, at summariš er tętt viš, tįiš fikutręiš sprettir? Skulu vit ongantķš fįa nakaš at vita um tķšina, nś hann sjįlvur hevur eggjį okkum til at lesa bók Dįnjals, og ikki bara taš, men eisini eggjaš okkum til at skilja hana? Jśst ķ bók Dįnjals er sagt, at hon skal vera afturlatin og forseglaš inntil endans tķš og at mong tį skulu granska ķ henni og at kunnskapurin tį skal verša stórur.”

Afturat hesum segši Harrin ikki, at vit skulu vera óvitandi um endans nęrleika, men bert at eingin kennur ”dagin og tķman.” Hann sigur at vit skulu vita so mikiš um tķšarinnar tekin, at taš skal fįa okkum at fyrireika okkum til komuna eins og tįiš Nóa bygdi ųrkina.”

Um ta vanligu tulkanina av tķ heilagu Skriftini, ella ręttari sagt, taš vanligu mistulkanina, skrivaši Wolff:

”Stųrsti parturin av kristinheitini er farin av leiš frį Bķbliunnar greišu meining og fólk elta ķstašin fantasifullu ętlanum buddhistanna, sum lęra at framtķšar eydnan liggur ķ at sveima runt ķ luftini. Tįiš tś lesur oršiš jųdi, merkir taš heidningur; viš navniš Jerusalem meinast kirkjan; tįiš skrivaš er jųršin, merkir taš himmalin; at Harrans koma merkir framgongd hjį misjónsfelųgunum; og tįiš taš talast um at fara uppį tempulfjall Harrans, merkir taš eina stóra metodistastevnu.”

Ķ 24 įr, frį 1821-1845, feršašist Wolff vķša um. Hann var ķ Afrika og vitjaši Egyptaland og Etiopia. Ķ Asia feršašist hann ķgjųgnum Palęstina, Sżria, Iran, Bukhara (ķ ein landsynning śr Kaspiska Havinum) og India. Hann var eisini ķ USA, og į feršini var hann ķ landi į St. Helena. Ķ august 1837 kom hann til New York. Og tįiš hann hevši talaš har, fór hann til Philadelfia og Baltimore at tala og sķšani fór hann hašani til Washington D.C.

Um vitjanina sigur hann: “Eftir tilmęli frį fyrrverandi forseta John Quincy Adams avgjųrdi Kongressin viš fullum atkvųšutali, at eg skuldi tala ķ kongresshųllini. Fyrilesturin varš hildin ein leygardag og allir tinglimir vóru mųttir saman viš biskuppinum ķ Virginia, hęgstu kirkjuumbošunum ķ Washington og nógvum vanligum borgarum śr bżnum. Hendan sama ęra varš sżnd męr av myndugleikunum ķ New Jersey og ķ Pennsylvania, sum eisini mųttu vęl upp at lurta til eina heila rųš av fyrilestrum, sum eg helt um mķnar granskanir ķ Asia, og um harradųmi Krists.”

Wollf feršašist ķ sera óframkomnum londum uttan nakra myndugleikavverju. Trupulleikarnir vóru stórir og vandarnir nógvir. Hann varš bukašur viš stokki og svųltaši ofta. Hann varš eisini seldur sum tręlur og trķggjar feršir deyšadųmdur. Hann varš įlopin og var um at doyggja ķ tosta. Einaferš misti hann alt taš, sum hann įtti og varš noyddur til at ganga langar leišir ķ fjųllunum viš kavaroki pķskandi beint ķ andlitiš og gekk eisini berfųttur viš doyvdum fųtrum av frystum lendi.

Tįiš onnur įvarašu hann um ikki at feršast ķmillum villar fķggindasinnašar ęttarbólkar, svaraši hann, at ”hann var vęl vįpnašur”. Hesi vįpn vóru ”bųn, ķdni fyri Kristusi og įlitiš į hjįlp hansara.” . . . ”Eg havi eisini kęrleikan til Gud og nęstan viš męr og altķš Bķbliuna viš hondina.” Hann hevši altķš Bķbliuna į Hebraiskum og į enskum viš sęr. Um eina av sķnum seinastu feršum sigur hann: ”Ķ hondini helt eg eina opna Bķbliu. Eg kendi at kraft mķn lį ķ hesari bókini og at hon fór at halda męr uppi.”

Soleišis helt hann į viš bošskapinum um dómin nógvastašir ķ heiminum. Hann umsat orš Guds til jųdar, turkar, iranar, hinduar og nógv onnur fólkaslųg og ęttarbólkar į teirra egna mįli. Allastašni bošaši hann Messias skjótt at fara at rįša.

Tįiš hann var ķ Bukhara, kom hann eisini til avsķšis fólk, sum trśšu į Harrans komu ķ nęrmastu framtķš. Hann segši at arabarar ķ Yemen hųvdu bók, sum teir nevndu ”Seera”, og nevndi Kristi afturkomu at rįša ķ dżrd. Teir vęntašu stórhendingina at koma umleiš 1840. ”Eg var seks dagar ķ Yemen saman viš rechabittunum. Teir drekka ikki vķn, planta ikki vķngaršar, sįa ikki. Teir bśgva ķ tjųldum og minnast gamla Jonadab, son Rechab. Ķmillum teir vóru eisini eftirkomarar Ķsraels av Dans-stammu, sum saman viš eftirkomarum Rechabs skjótt vęntašu Jesus at koma ķ himmalsins skżggjum”

Eina annar trśbošari fann okkurt lķknandi ķ Tataris (į Krimhįlvoynni). Ein av prestunum har spurdi hendan trśbošara um nęr Kristus kom aftur. Tį hann svaraši, at taš visti hann ikki, var presturin sera bilsin yvir slķka óvitan hjį einum, sum gav seg śt at lęra onnur um Bķbliuna og segši, at hann sjįlvur sį profetiirnar soleišis, at Kristus vildi koma umleiš ķ 1844.

So tķšliga sum ķ 1826 fóru nųkur ķ Onglandi at boša Kristi afturkomu. Men hendan rųrslan tók ikki eins fast skap sum ķ Amerika. Og taš neyva tķšarhvarviš var ikki įsett į sama hįtt, men bošskapurin um afturkomuna var bošašur vķša og breitt, og ikki einans fyri fólki, sum var fariš śt śr statskirkjuni.

Mourant Brock, ein enskur rithųvundur sigur, at um 700 statskirkjuprestar vóru partur ķ at trśboša ”evangeliiš um rķkiš.” Bošskapurin um Harrans afturkomu ķ 1844, varš eisini bošašur į teimum bretsku ouggjunum. Smįrit frį Amerika, sum višgjųrdu Jesu afturkomu, vóršu bżtt śt vķša og hvar um landi eins og bųkur og blųš vóršu prentaš og śtgivin ymsastašni ķ Onglandi.

Hin eingilskt fųddi Robert Winther, sum hevši tikiš viš adventstrśnni ķ Amerika, fór ķ 1842 aftur til sķtt fedranna land at boša Harrans afturkomu. Mong hjįlptu til ķ arbeišnum og bošskapurin um dómin varš aftur bošašur ymsastašni ķ landinum.

Ķ Sušuramerkia, sum var merkt av prestaveldi og rįari mentan, fekk ein spanskur jesuittur nevndur Lacunza, innlit ķ hina heilagu Skriftina og fann sannleikan um Jesu afturkomu ķ nęrmastu framtķš. Hann kendi į sęr eina skyldu at fara śt viš bošunum, men fyri at sleppa undan įtalu frį kirkjuni, skrivaši hann sķna bók undir viš pseudonavninum Rabbi Ben-Ķsrael, fyri at taka seg śt sum ein umvendur jųdi. Lacunza livdi ķ 1700-talinum, men taš varš ikki fyrr enn ķ 1825 at bókin gjųrdist kend ķ London og tżdd til enskt. Taš styrkti um įhugan fyri Kristi ašru komu, sum longu varš vaknaš ķ Onglandi.

Ķ 1700-talinum bošaši Bengel tann sama bošskapin ķ Tżsklandi. Hann var lutherskur prestur og višurkendur bķbliugranskari. Aftanį lidna skślagongd fór hann undir at lesa gudfrųši. Hetta passaši vęl til hansara įlvarsama įtrśnarliga sinni, sum bara var styrknaš av uppaling og skślagongdini ķ yngri įrum. Sum onnur ung hugsunarsom fólk, bęši innan og eftir hann, varš hann noyddur til at berjast viš iva og samvitskubit. Viš djśpari kenslu sipaši hann til ”teir mongu pķlar, sum borašu seg ķgjųgnum hjartaš og gjųrdu ungdómslķviš til eina tunga byršu.”

Tįiš Bengel eina tķš var kirkjurįšslimur ķ Würtemburg, talaši hann fyri trśarfręlsi. Hóst hann vardi framķhjįręttindir og onnur ręttindir hjį kirkjuni, gekk hann inn fyri trśarfręlsi į rķmiligum stigi til ųll, sum av samvitskuįšum limašu seg śr kirkjuni.13 Seinni hevur mann ķ hesum landafrųšiliga ųkinum merkt ein jaligan virkna av hesum hugburšinum.

Taš var mešan hann fyrireikaši eina prędiku yvir Opinberingsins 21. kapittil, sum hann skuldi halda hin 1. sunnudagin ķ adventini, at ljósiš um Kristi afturkomu knappliga lżsti so sera klįrt į hann. Profetiirnar ķ Jóhannes Opinbering gjųrdust klįrari enn hann nakrantķš fyrr hevši sęš. Tżdningurin av teimum dżrabaru hendingunum, sum profeterast ķ Opinberingini tóku so nógv yvirhond, at hann ķ eina lųtu varš noyddur til at sleppa evninum og hugsa um annaš. Tįiš hann stóš į prędikustólinum, kom taš av nżggjum upp fyri hann ķ ųllum sķnum klįrleika og kraft. Sķšani tį fór hann fult og heilt at granska profetiir og serliga Jóhannes Opinbering. Hann varš skjótt sannfųrdur um at tęr vitnašu um Jesu afturkomu um stutta tķš. Tķšarhvarviš, sum hann kom fram til, var bert fį įr viš sķšum av tķ, sum Miller seinni bar fram.

Skriftir Bengels blivu kendar og lisnar ķ allari kristinheitini. Įskošan hansara um profetiirnar vóršu góštiknar ķ fśrstadųminum Würtemberg, heimstaši hansara, og partvķst ķ ųšrum pųrtum at Tżsklandi. Rųrslan, sum hann byrjaši, livdi vķšari eftir deyšan og tį bošanin um Jesu afturkomu varš bošaš Tżsklandi, vakti hon samstundis ans ķ ųšrum londum. Ręttuliga skjótt fóru summi av teimum trśgvandi til Russlands – og trśgvin į ta skjótt nęrkandi afturkomuna hevur seinni livaš vķšari ķ įvķsum stųšum ķ Russlandi.

Adventbošarar ķ Fraklandi og ķ Sveis
Ljósiš skein eisini ķ Fraklandi og ķ Sveis. Ķ Genéve, har Kalvin hevši byrjaš trśbót, bošaši Louis Gaussin Kristi afturkomu. Ķ lestrartķšini varš hann įvirkašur av skynsemishugsan (rationalismu), sum fór ķgjųgnum alt Evropa ķ endanum av 1700-talinum og ķ byrjanini av 1800-talinum.

Av tķ at hann var prestur, var hann ikki fremmandur fyri sannari trśgv, men var nęrmast voršin til ein skeptikara. Į sķnum ungu dųgum hevši hann įhuga fyri profetiunum. Og eftir at hava lisiš profetiina ķ Dįnjals 2. kapitli, slóg taš hann, hvussu neyvt sųgan uppfylti profetiina. Hettar prógviš um ķblįstur Bķbliunnar var sum eitt akker hjį honum ķ trupulleikum, sum hann seinni kom śt fyri. Skynsemisrįkiš nųktaši hann ikki longur og tįiš hann lęs Bķbliuna og leitaši eftir betri ljósi, fekk hann so viš og viš eina jaliga trśgv.

Ķmešan hann granskaši profetiir, kom sannfųringin um, at Kristi afturkoma var sera tętt viš. Hann sį, at hetta var eitt alvorligt og tżšandi mįl, og taš var umrįšandi fyri hann at kunna onnur om taš. Men hin vanliga fatanin av Dįnjals bók sum eitt loyndarmįl, var ein įlvarsom foršing. At enda avgjųrdi hann bara at byrja viš bųrnunum. Taš hevši Guillaume Farel gjųrt, tįiš hann bošaši evangeliiš ķ Genéve. Ķgjųgnum bųrnini vónaši hann so lķšandi eisini at rųkka foreldrini.

Tįiš hann seinni forklįraši, hvķ hann gjųrdi soleišis, segši hann: ”Eg ynski fegin, at fólk skulu vita, at tįiš eg geri taš į henda hįtt, at so er taš ikki tķ at mįli hevur lķtlan tżdning, men tvųrturķmóti jśst tķ, at taš er so altżšandi, ynski eg at leggja taš fram į ein slķkan hįtt, at ųll skilja taš. Taš er tķ at eg vendi męr til bųrnini. Eg ynski fegin at rųkka ųll menniskju, men eg eri bangin fyri, at taš ikki eydnast męr viš beinleišis at venda męr til vaksin. Tķ byrji eg viš teimum yngstu. Eg samli ein bólk viš bųrnum kring meg. Um bólkurin veršur stųrri og tey lurta eftir og eru so įhugaš, at tey aftanį eru fųr fyri at fortelja taš tey hava hoyrt, tį eri eg sikkur ķ, at eg skjótt fįi ein nżggjan hóp. Ķ nęsta umfari fara eisini tey vaksnu at sķggja, at taš er ómakin vert at seta seg nišur at granska. Og tį er mįliš rokkiš.”

Tįiš hann undirvķsti bųrnunum, komu vaksin eisini at lurta, og kirkjan var višhvųrt full av įhugašum lurtarum. Teirra millum vóru hųgir og vęl lęrdir menn, umframt śtlendingar į vitjan ķ Genéve. Hesi fólk bóru so bošskapin vķšari viš sęr til onnur lond.

Eggjašur av framgongdini śtgav Gaussen sķnar fyrilestrar į prenti og vónaši, at taš vildi stimbra įhugan fyri gransking av teimum profetisku bókunum ķ franskt talandi samkomunum. Hann forklįraši sķna framgongd į henda hįtt: ”At śtgeva hettar tilfariš til bųrn er taš sama sum at siga viš tey vaksnu, sum ofta umbera seg viš, at tey ikki lesa tķlķkt, tķ taš er ov trupult. Og spyrji tį uppaftur: Hvussu kann taš vera so trupult, tįiš sjįlt bųrn skilja taš? Og legši afturat: Eg vil fegin royna at fįa samkomuna įhugaša ķ at granska profetiirnar, tķ eg veit ikki um nakran annan lestur, sum gevur betri svar til avbjóšingarnar ķ tķš okkara. Tęr fyrireika okkum til trongdina, sum vit skjótt fįa og til Jesu afturkomu.”

Hóast Gaussen var ein av teimum fremstu og best dįmdu franskt talandi prędikumonnunum, var hann einaferš seinni koyrdur śr prestastarvinum. Meginįkęran var, at hann nżtti Bķbliuna til lęrubók til ungdómin ķstašin fyri kirkjunnar katekismus, sum var bęši turr, skilborin og nęstan uttan jaliga trśgv. Seinni gjųrdist hann lęrari ķ kristni, men sunnudagar helt hann fram viš at undirvķsa bųrnum ķ hini heilagu Skriftini. Taš, sum hann skrivaši um profetiirnar, kveikti ein stóran įhuga.

Frį lęrarapultinum fór taš trykta oršiš śt og viš sķnum yndisvirksemi sum lęrari hjį bųrnum, helt hann fram ķ įravķs at hava stóra įvirkan. Hetta hevši viš sęr, at nógv fóru at granska profetiirnar, sum vķstu fram til Jesu afturkomu.

Barnaprędikantar ķ Skandinavien
Eisini ķ noršurlondum varš Kristi afturkoma bošaš. Įhugin sprettist vķša og nógv vóršu skrykt śr sķnum sorgleysa tryggleika. Tey jįttašu syndir sķnar, umvendu seg og bóšu um fyrigeving ķ Jesusar navni. Men statskirkjunnar prestar vildu taš ųšrvķsi, og settu seg upp ķmóti rųrsluni. Teir oršnašu fyri, at nakrir trśbošarar vóršu fongslašir. Tįiš teir nś vóru typtir, fekk Gud smį bųrn į undurverdan hįtt til at boša Kristi afturkomu. Av tķ at hesi vóru ómyndig, rųkk lógarinnar armur ikki til at forša teimum ķ at tala og bųrnini prędikašu uttan foršingar.

Rųrslan fevndi fyri taš mesta um taš javna vanliga fólkiš, og tey hildu nógv hśsmųtir fyri at hoyra bošskapin. Barnaprędikantarnir vóru aloftast śr fįtęksligum heimum. Nųkur vóru bara 6-8 įra gomul. Lķv teirra vitnaši um, at tey elskašu Jesus, og tey royndu at liva samsvarandi vilja Guds. Annars vóru tey sum bųrn flest į teirra aldri. Men tįiš tey hildu talir, var tżšuligt at sķggja, at tey vóru undir įvirkan uttaneftir. Tey snakkašu og bóru seg heilt ųšrvķsi at, tįiš tey viš kraft og įlvara bóru dómsbošskapin fram viš Bķbliunnar egnu oršum: ”Óttist Gud, og geviš honum dżrd! Tķ dómstķmi hansara er komin!” Tey hųvdust eisni at fólki fyri syndir teirra og tey revsašu ómoral og ódygdir. Śtum taš hartašu tey veršsligheit og frįfall. Og ikki minst įmintu tey įhoyrarnar um at flżggja undan tķ komandi dóminum.

Fólk lurtašu alspent og Andi Guds talašu inniliga til tey. Mong fóru at lesa Bķbliuna viš nżggjum įhuga. Drankarar og onnur djśpt sokkin ķ vįna dygdir vóršu umvend. Óerlig vóršu til erlig fólk. Taš, sum her hendi var so serligt, at eisini prestarnir mįttu višganga, at Gud leiddi hesa veking.

Harrin vildi, at bošskapurin um Jesu afturkomu varš bošašur ķ skandinavisku londunum. Men tįiš tęnarar hansara vóršu settir ķ fongsul, sendi hann Anda sķn yvir bųrnini fyri at fįa arbeišiš framt.

Tįiš Jesus fór nišan til Jerusalem pįlmasunnudag, fylgdi ein stórur fólkskari honum. Tey veitrašu viš pįlmagreinum og heišrašu hann viš sigursrópum, so sum “sonur Dįvids.” Men teir ųvundsjśku fariseararnir bóšu hann um at fįa tey at tiga. Men Jesus segši, at alt hetta er uppfylling av profetiini og um fólkiš tagdi, vildu steinarnir rópa. Fólk vóru ręšslusligin av hóttanum prestanna og rįšharranna og siguršsrópini tagnašu, tįiš fylgiš fór inn um bżarportrini ķ Jerusalem.

Men bųrnini ķ tempulgaršinum tóku trįšin upp og endurtóku sigursrópini: ”Hosianna, Dįvids sonur” - veittrandi viš pįlmagreinum. Tį vóršu fariserararnir sera illir og sųgdu viš hann: ”Hoyrur tś hvat tey siga?” Jesus svaraši: ”Ja, men hava tit aldri lisiš hetta: »Av munni barna og bróstabarna hevur tś fullkomiš tęr lovsong«?”15 Eins og Gud virkaši ķgjųgnum bųrn į fyrstu komu Kristusar, so nżtti hann eisini bųrn, tįiš bošskapurin ljóšaši um ašru komuna. Bošskapurin skuldi bošast fyri ųllum ęttarbólkum, tungumįlum og fólkum, og hetta skuldi uppfyllast.

Adventvekingin ķ ”nżggja heiminum” –ķ Amerika
William Miller og hjįlparmenninir bošašu įvaringina ķ Amerika. Hetta land varš mišdepilin ķ tķ stóru adventsrųrsluni. Har var profetiin um bošskapin frį fyrsta eingli ķ Opinberingini 14. uppfylt į hin mest beinleišis hįttin. Rit, sum Miller og starvsfelagir hansara skrivašu, vóru eisini bżtt śt til fjarskotin lond. Allastašni, at trśbošarar komu fram, varš bošskapurin um Jesu afturkomu bošašur og allastašni ljóšaši ęviga evangeliiš: ”Óttast Gud og gev honum ęru! Tķ dómstķmi hansara er komin.”

Tķšindini um profetiina, iš tyktust at peika fram til Kristi afturkomu į vįri 1844, góvu djśp įrin į fólk. Sohvųrt hesi tķšindir vóršu borin frį serstati til serstat, vóru tey móttikin viš livandi įhuga. Nógv sannfųrdust um at tķšarśtrokningin av var rųtt. Taš var viš gleši, at tey tóku ķmóti bošskapinum og tey sleptu sķnum gomlu stųšutakanum. Nakrir prędikantar fóru śr starvi ķ samkomuni og sleptu lęruni. Teir kravdu ikki lųn og tóku undir viš teimum, sum bošašu Jesu afturkomu. Men sęš undir eini stųrri heild vóru taš lutfalsliga fįir prędikantar, sum tóku undir viš bošskapinum. Og taš var orsųkin til, at arbeišiš fyri tann stųrsta partin var litiš leikfólkunum upp ķ hendur.

Bóndur fóru av akrinum, handverkarar sleptu ambošunum, keypmenn lóta aftur og fólk ķ ymiskum stųrvum stešgašu sķnum virksemi. Og hóast alt hetta vóru bara fįir trśbošarar ķ mun til taš stóra arbeiši at śtinna. Ógudiligheitin ķ kristinheitini og alt taš ónda ķ heiminum lį sum ein byrša į hesum sonnu varhaldsfólkum. Tey toldu slit, sakn og lķšing – bara tey kundu leiša nųkur menniskju til umvendingar og frelsu. Satan royndi alt hann kundi at forša hesum arbeiši, men taš gekk stųšugt framį og mong tśsund tóku ķmóti góšu tķšindunum um Kristi ašru komu.

Allastašni hoyrdust inniligu oršini, sum męltu syndarum, bęši veršsligum og kirkjufóki, til at flżggja fyri hinum komandi dómi og vreišini. Eins og Jóhannes Doyparin, fyrirennari Kristusar, lųgdu hesir prędikumenn ųksina viš rótina į tręnum og eggjašu ųllum til at bera fruktir sum passašu til umvendingina. Teirra kenslubornu įheitanir vóru sterkir mótsetningar til eina falska vissan um friš og tryggleika, sum annars ljóšaši av mongum prędikustóli.

Allastašni vóru fólk gripin av bošskapinum. Bķbliunnar einfaldi og beinleišis vitnisburšur varš framborin viš kraft Heilaga Andans og sannfųringin hevši tķ eina tyngd, sum ilt var at standa ķmóti. Navnkristin hvukku viš og vaknašu śr sķnum falska tryggleika. Tey sóu sķtt frįfall, sķna veršsligheit og manglandi trśgv, sķna hugmóš og sjįlvsųkni. Mong leitašu til Harran ķ išran og eyšmjśkleika. Ķstašinfyri at trįa eftir tķ jaršiskt materiella, vóru ynskini nś vend upp til himmals. Andi Guds lį yvir teimum. Nś tey hųvdu sleptu mótstųšuni, róptu tey: “Óttist Gud og gevi Honum ęru! Tķ tķmin er komin,aiš Hann skal halda dóm.”

Grįtandi spurdu tey: ”Hvat skal eg gera fyri at verša frelst ella frelstur?” Tey, sum hųvdu veriš óerlig, ynsktu at gera upp. Ųll, sum funnu friš ķ Kristusi, longdust eftir at onnur eisini skuldu uppliva taš sama. Hjųrtu foreldranna vendust til bųrnini, og hjųrtu barnanna vendust til foreldrini. Stoltleiki og smędni hvarv. Vitnisburšarnir komu frį hjartanum og heimini arbeiddu fyri at frelsa sķni nęrmastu og kęru. Innilig forbųn var javnan at hoyra og nógvastašni vóru fólk ķ djśpari sįlarneyš og róptu til Gud. Nógv strķddust ķ bųn heilar nętur um at fįa vissu fyri, at synd teirra var fyrigivin ella um at ęttarfólk og grannar lótu seg frelsa.

Fólk komu frį ųllum samfelagsins stęttum til mųtini. Hųg og lįg, rķk og fįtęk vóru ųll av ymiskum grundum ķšin eftir at hoyra tķšindini um Kristi afturkomu. Harrin helt mótstųšufólkunum ķ skįk, ķmešan tęnarar Hansara bošašu sķna trśgv. Višhvųrt vóru menniskjaligu ambošini veik, men Andi Guds gav bošskapinum kraft. Mann merkti vęl, at einglar Guds vóru har og hvųnn dag vóršu nógv umvend.

Taš var pśra kvirt ķ teimum stóru samkomunum, tįiš Bķbiunnar vitnisburšur um Jesu afturkomu vóršu bornir fram. Taš var eins og himmalin og jųršin drógu saman. Sera glaš ķ sinninum fóru tey aftur til hśsar og taš hoyrdust róp av reinari frųi, sum avbrutu stillu nįttarkvirruna annars. Eingin, sum var viš til hesar samkomurnar gloymdi nakrantķš hesar grķpandi upplivingarnar.

At boša var eitt įvķst tķšarhvarv til Jesu afturkomu, gav stóra mótstųšu śr ųllum stęttum – bęši frį prestum į talarastólunum og hinum lķkasęlu til teir treikastu syndararnar. Hendan profeti varš tį uppfylt: ”Fyrst og fremst skulu tit vita hetta, at į sķšstu dųgum skulu koma spottarar, sum spotta og ganga eftir sķnum egnu lystum og siga: »Hvat veršur av lyftinum um komu Hansara! Frį tķ fedrarnir sovnašu, er jś alt voršiš verandi sum taš hevur veriš, lķka frį byrjan skapningsins”«”16 Nógv jįttandi kristin sųgdu, at tey einki hųvdu ķmóti lęruni um Kristi afturkomu, men tey hųvdu nakaš ķmóti, at tey įsettu eitt fast tķšarhvarv. Men Gud lęs tankar teirra. Tey vildu ikki hoyra nakaš um, at Kristus skuldi koma aftur at dųma heimin viš ręttvķsi.

Tey vóru ótrśgvir tęnarar og gerširnar ikki mótstųšufųrar rannsakan Guds. Tey vóru bangin fyri Harra sķnum. Į sama hįtt sum Jųdarnir, tįiš Jesus kom fyrstu ferš, vóru heldur ikki tey fyrireikaši at mųta honum. Ikki nokk viš, at tey noktašu at lurta eftir Bķbliunnar talu, men tey speiróku eisini tey, sum vęntašu komu Harrans. Satan viš sķnum einglum gottašu sęr um hesi fólk og hįašu Kristus og heilagu einglar hansara, tķ tey, sum jįttašu seg at vera trśgvandi kristin, hųvdu so lķtlan kęrleika til teir, at tey ikki ynsktu hann at koma aftur.

Vak og biš
”Eingin kennur dagin og tķman,” var hin vanliga mutan ķmóti frį teimum, sum vrakašu adventstrśnna. Teksturin er: ”Men tann dag og tķma veit eingin, heldur ikki einglarnir ķ Himli, heldur ikki Sonurin — eingin uttan Faširin.” Tey, sum bķšašu eftir Harranum sųgdu nógv logist og klįrt um hendan tekstin, og tey vķstu į, at mótstųšufólk misnżttu hann! Kristus segši hasi oršini ķ hini minnisverdu samtaluni viš įpostlarnar į Oljufjallinum aftanį, at hann hevši veriš ķ templinum fyri seinastu ferš. Tį hųvdu teir spurt: ”Hvat er tekniš fyri komu tķna og heimsins enda? Jesus gav teimum tį teknini og segši: ”Soleišis skulu eisini tit, tįiš tit sķggja alt hetta henda, vita, at hann er nęr og stendur fyri durinum.”17 Ein śtsųgn frį Jesusi eigur ikki at verša brśkt til at afturvķsa eina ašra śtsųgn frį honum. Hóast einki menniskja veit dagin og tķman fyri komu hansara, so hevur hann sagt okkum nęr tķšin er nęr, og taš vęntar hann eisini, at vit skulu gera okkum gott far um. Vit eru eisini kunnaš um, at taš vil verša lagnufatalt at ignorera įvaringina og at forsųma kunnleikan um, at tķšin er nęr – taš veršur samanboriš viš fólkiš į Nóa dųgum, sum ikki įsannaši og trśši, at hin stóra vatnflóšin veruliga var į veg. Lķknilsiš um hin trśgva og hin ótrśgva tęnarin vķsir, hvussuleišis taš fer at gangast tķ tęnara, sum viš sęr sjįlvum sigur: ”Harri mķn kemur ikki enn į sinni.” Lķknilsiš vķsir hvussu Kristus viš afturkomuna vil lųna teimum, sum hildu seg vakin og bošašu komu hansara og teimum, sum ikki gjųrdu taš: ”Vakiš tķ!” sigur hann. ”Sęlur er tann tęnari, iš Harri hansara, tįiš hann kemur, finnur at bera seg so at.” . . . ”Men vakir tś ikki, skal eg koma sum tjóvur, og tś skalt ikki vita, hvųnn tķma eg komi į teg.”

Paulus skrivaši um ein bólk av menniskjum, fyri hvųnn Harrin kemur óvęntašur: ”Tit vita jś sjįlvir, at dagur Harrans kemur sum tjóvur į nįtt. Tįiš tey siga: »Frišur og eingin vandi!« - Tį kemur brįšur undirgangur į tey, eins og verkir į barnakonu, og tey skulu als ikki sleppa undan.” Men um tey, sum góvu įvaringunum ręttan ans, legši hann afturat: »Men tit, brųšur, eru ikki ķ myrkri so dagurin skuldi komi į tykkum sum tjóvur. Tit eru jś allir bųrn ljóssins og bųrn dagsins; vit hoyra ikki nįttini ella myrkrinum til.«

Ųrindini vķsa, at Bķblian ikki gevur menniskjunum nakra heimild til at vera óvitandi um, at Kristi afturkoma er nęr. Men tey, sum einans ynskja eina umbering til at vraka sannleikan, lata eyguni aftur fyri hesi forklįring. Frekir spottarar og sjįlt Oršsins bošarar endurtóku įhaldandi nišurlagiš: ”Eingin kennir dagin og tķman,” Tįiš fólk vóršu vakt og fóru at spyrja eftir frelsuvegnum, lųgdu hesir prędikantar seg ķmillum og royndu at sissa fólk viš fųlskum śtleggingum av orši Guds. Ótrśgvir vaktarmenn tóku her lut ķ virkseminum hjį tķ stóra villleišaranum og róptu: ”Frišur! Frišur!” Eisini um Gud als ikki hevur bošaš friš. Eins og fariseararnir į tķš Kristusar į foldum, vóru nś mong, sum noktašu at ganga inn ķ Himmirķki, og harafturat foršašu teimum sum vóru į veg hagar. Blóšiš av hesum menniskjunum vil verša kravt av hondum teirra.

Trongdartķšir hjį adventstrśgvandi
Taš vóru sum oftast tey mest frómu og gudsóttandi ķ teimum ymisku kirkjunum og samkomunum, sum fyrst tóku ķmóti bošskapinum. Tey, sum sjįlv lósu og granskašu Bķbliuna, kundu ikki umganga at sķggja, at vanliga sjónarmišiš til profetiirnar var óbķbilst. Ķ teimum fųrunum, at fólk ikki vóršu stżrd av prestum, men sjįlv granskašu Bķbliuna, hevši taš veriš nokk at samanbera adventsbošanina viš orš Guds fyri at stašfesta, at hon hevši guddómligan myndugleika.

Mong vóru jagstraš av sķnum vantrśgvandi medkristnu. Nųkur samtyktu viš at tiga um vón sķna fyri at varšveita eitt umdųmi ķ samkomuni. Onnur fųldu, at um tey skuldu vera trśgv ķmóti Gudi, so kundu tey ikki krógva taš, sum hann hevur litiš teimum til. Nógv vóru śtihżst frį samkomufelagsskapinum bara tķ, at tey vitnašu trśgv sķna um Kristi komu. Tey, sum vóršu roynd į hendan hįtt, funnu ugga ķ hesum oršum profetsins: ”Brųšur tykkara, sum hata tykkum og reka tykkum frį sęr fyri navn mķns skuld, siga: »Lat Harran vķsa dżrd sķna, so vit fįa gleši tykkara at sķggja,« men teir skulu verša til skammar!”20 Einglar Guds fylgdu neyvt viš, hvussu bošskapurin varš móttikin. Tįiš heilar samkamur vrakašu hann, vendu einglarnir sęr keddir burtur. Men mong vóru ikki enn roynd, tįiš taš galt bošskapin um komu Kristusar. Onnur vóru villleidd av hjśnafelaga, foreldrum ella bųrnum, sum fingu tey til at trśgva, at taš enntį var synd at lurta eftir hesari ”ranglęruni”. Einglar fingu įlagt serliga at taka sęr av hesum menniskjunum, til tess at enn meira ljós skuldi skķna į tey frį trónu Guds.

Vęntan og bķšjan
Tey, sum hųvdu fingiš bošskapin, bķšašu viš einum ósigandi longsli eftir Jesu afturkomu. Tķšin var nęr og tey vęntašu at mųta honum. Sinnisliga innstillašu tey seg ķ djśpasta įlvara til at mųta honum.

Tey hvķldu ķ inniligum samfelag viš Gud, sum var ein forsmakkur til ta hvķluna, sum tey fįa ķ komandi hvķldini ķ dżrdini. Eingin teirra, sum upplivdi hesa vónina og hettar treystiš, kundi seinni gloyma hesa dżrabaru bķšitķšina. Nakrar vikur undan įsetta degnum stešgaši nęsta alt veršsligt virksemi upp. Tey ęrliga trśgvandi rannsakašu hvųnn tanka og hvųrja kenslu hjį sęr sjįlvum, eins og tey lógu į deyšastrį, tķ um fįar tķmar skuldu tey fyri sķšstu ferš lata hesi eyguni aftur.

At tey skuldu hava ognaš sęr ein serligan ”himmalferšarbśna”, er tó ikki ķ samsvari viš veruleikan, men ųll kendu eina innaru sannnfųring um, at tey vóru noydd til at fyrireika seg til at mųta Jesusi. Tey hvķtu klęšini umboša ta reinu sįlina, ein verimįta og karakter, sum er reinsašur fyri alla synd viš bótargerš Kristusar. Taš vildi veršiš gott, um Guds fólk ķ dag var eins jaligt til sjįlvsroyndir og hevši hesa somu falsleysu og fųstu trśgv. Um tey framhaldandi hųvdu eyšmżkt seg fyri Harranum og vent sęr til trónu nįšinnar ķ bųn, hųvdu tey havt eina nógv rķkari andaliga roynd enn tey nś hava. Taš veršur ov lķtiš bišiš, og taš er ov lķtiš av syndajįttan. Tann vantandi livandi trśgvin ger, at mong halda seg uttanfyri nįšina, sum Kristus so rķkiliga bjóšar teimum.

Gud vildi royna fólk sķtt. Hann krógvaši eitt mistak ķ śtrokningini av tķ profetiska skeišinum. Tey adventstrśgvandi sóu taš ikki og ansašu ikki eftir feilinum. Hetta gjųrdu andstųšingarnir heldur ikki. Nųkur sųgdu, at śtrokningin var rųtt, tķ onkur hending fer at verša, men ikki tann, sum William Miller er talsmašur fyri. Onnur sųgdu: ”Taš er heimsins umvending, men ikki Kristi afturkoma.”

Bķšitķšin fór og Kristus kom ikki at frelsa fólk sķtt. Tey ęrliga trśgvandi og sum ķ kęrleika hųvdu bķša eftir honum, upplivdu nś eitt beikst vónbrot. Og tó nįddi Gud ętlan sķni, sum profeteraš var. Tey, sum hųvdu bķšaš eftir Kristusi, vóru nś sett ķ eina įlvarsliga roynd. Nógv av teimum hųvdu einans veriš rikin av ótta. Teirra trśarjįttan hevši onga įvirkan havt į teirra sinn og atburš. Og tįiš hendingin (at sķggja til) var av ongum, sųgdu tey, at tey als ikki vóru vónbrotin, tķ tey hųvdu ķ grundini ongantķš trśš at Kristus skuldi koma. Hesi vóru ķmillum tey fyrstu til at speireka og arga tey sonnu trśgvandi, sum vóru yvirtikin av sorg.

Men Jesus og einglaherskari hansara sį viš kęrleika og samkenslu til tey royndu, sum hųvdu sżnt trśskap, men vóru vónbrotin. Um forhangiš, sum skilir sjónliga heimin frį tķ ósjónliga hevši veriš drigiš frį, hųvdu tey sęš einglar halda seg tętt upp at hesi stųšufųstu og įhaldandi menniskjuni fyri at verja tey ķmóti pķlum Satans.