Bardagin Mikli kapitel 21. Fra side 375tilbage

Vrakaða ávaringin

Táið William Miller og starvsfelagir hansara boðaðu aðru komu Krists, var ætlanin bert at vekja fólk at fyrireika seg til dómin. Teir royndu at fáa tey trúgvandi til at gerast greið yvir veruligu vón samkomunnar og at innsíggja tørvin fyri djúpari andaligari roynd. Teir stríddust eisini fyri at vekja óumvend til umvendingar og iðran. Teir royndu ikki at vinna fólk inn í nakra einstaka religiøsa sekt ella inn í nakran annan bólk, men arbeiddu ímillum tey uttan at blanda seg uppí teirra trúarlæru ella í innanhýsis viðurskiftir teirra.

Miller segði tað soleiðis: ”Í øllum mínum virksemi havi eg ongantíð ynskt ella hugsað um at stovna eitt nýtt trúarsamfelag ella at peika á nakra samkomu fram um eina aðra. Eg royndi at gera okkurt fyri øll. Eg gekk út frá, at tey kristnu vildu gleða seg við tankan um Kristusar afturkomu, og at tey, sum ikki høvdu somu uppfatan sum eg, tó vildu virða tey, um høvdu eina aðra uppfatan. Tí fall tað mær ikki inn, at neyðugt skuldi verða at hava atskild møtir. Mín einasta ætlan var at hjálpa fólki til umvendingar, at ávara heimin um komandi dómin og at hjálpa mínum medmenniskjum til at kunna møta Gudi í friði. Tey flestu, sum umvendu seg undir mínum virksemi, limaðu seg inn í tey ymisku longu verandi trúarsamfeløgini.”

Av tí, at Millers arbeiði hjálpti til at uppbyggja nógvar samkomur, varð arbeiðið í eina tíð sæð við stórum vælvilja. Men nokkso skjótt tóku prædikantar og aðrir leiðarar tó frástøðu til læruna um Kristi afturkomu og royndu at forða fyri at hon varð boðað. Teir talaðu ímóti frá prædikustólum og bannaðu sínum limum at lurta eftir slíkari boðan. Teir noktaðu teimum enntá at fortelja um sína vón í samkomuni.

Tey trúgvandi komu við hesum í ónda og trupla tvístøðu. Tey kendu seg knýtt at sínari samkomu og vildu helst ikki verða útstoytt frá felagsskapinum. Men táið tey sóu, at orð Guds var undir trýsti at verða sett til viks, og tey mistu rættin til at granska profetiirnar, kendu tey á sær, at trúfestið ímóti Gudi noktaði teimum at geva eftir fyri hesum trýstinum. Tey kundu ikki góðtaka, at tey, sum mótarbeiddu orði Guds, kundu vera sonn umboðan fyri Guds samkomu, ”Sannleikans súla og grundvøllur!” Tí kendu hesi fólkini á sær, at tað var rætt av teimum at skilja seg frá sínum fyrrverandi vinum. Á sumri í 1844 vóru tað umleið 50.000, sum rýmdu úr teimum ymisku kirkjunum og samkomunum (í USA).

Andalig naggatødn
Í hesari tíðini hendi ein stór broyting í flestøllum trúarsamkomum í USA. Í nógv ár høvdu tær so líðandi nærkast heimsins siðum og vanum, og tí viknaði tað andaliga lívið. Men hetta árið bar av, og tey fingu eitt serliga stórt andaligt fráfall í næstan øllum samkomum og kirkjum. Eingin dugdi at siga orsøkina, men støðan kendist allastaðni tann sama og tað varð viðmerkt bæði í pressuni og av talarastólum.

Á fundi í presbyterianska kirkjuráðnum í Philadelphia segði pastor Abert Barnes, sum var rithøvundur til kent verk við bíbliuviðmerkingum og prestur fyri størstu samkomuna í býnum, at hann nú hevði verið prestur í 20 ár, men ikki fyrrenn til síðstu nadvergudstænastu var tað hent, at eingin nýggjur varð upptikin í samkomuna. Nú var eingin andalig veking, ongar umvendingar og at síggja til eingin andaligur vøkstur. Tey ljósu útlitini fyri landsins handil og ídna høvdu gjørt sítt til alla hesa verðsligheitina. Slíkt hendi innan fyri øll trúrsamfeløg.

Tað sama árið segði Finney, professari í Oberlin College: “Vit hava vitað, at protestantiskar kirkjur og samkomur í landi okkara hava verið antin líkasælar ella beinleiðis fíggindaliga sinnaðar ímóti at kalla øllum moralskum ábótum í okkara tíð. Tað finnast undantøk, men ikki nóg nógv til at broyta heildarstøðuna. Ein annar faktorur er hin næstan altfevnandi mangul av veking í samkomunum. Tað andaliga dølskni hevur næstan allastaðni troðka seg fram og stingur vandamikið djúpt. Hetta verður játtað av hini religiøsu pressuni í øllum landinum . . . Men vit hava ikki fyri neyðini at koma nærri inn á hettar dapra evni. Vit kunnu einans staðfesta, at trupulleikin er meira og meira ágangandi og at kristinheitin er í einum syrgiligum forfalli. Tað kristna fólkið hevur tikið seg burtur frá Harranum og hann er vikin frá teimum.”

Í greinini »Religious Telescope«stóð hetta skrivað: ”Vit hava ongantíð fyrr sæð eitt so víðfevnt religiøst fráfall sum nú. Tey kristnu áttu at vakna og roynt at funni orsøkina til vanlukkuna. Tí soleiðis eiga øll, sum elska Zion, at síggja støðuna. Táið vit hugsa um, hvussu fá í veruleikanum eru, sum umvenda seg og leggja av sína skammleysu syndafullu framferð, mugu vit treytaleyst spyrja: Hevur Gud gloymt at vera náðigur? Er náðihurðin afturlatin?”

Úrslitið av at vraka ljósið
Ein slík støða fær ikki veri til, uttan at kristinheitin sjálv hevur skuldina. Tað andaliga myrkrið, sum fløðir inn yvir tjóðir, samkomur og einstaklingar, er ikki komið tí at Gud læsir fyri keldum náðinnar, men tí fólk ikki sjálv varnast ella vraka guddómligt ljós. Eitt dømi um tað er søga jødanna á Kristi tíð.

Av tí, at teir vóru vorðnir so verðsligir og høvdu gloymt Gud og orð hansara, var skil teirra myrknað og sinnið bæði syndugt og sansaligt. Hetta var orsøkin til, at teir einki vistu um komu Messiasar, og í síni vantrúgv og ærusjúku vrakaðu Frelsaran. Men hóast alt hettar, so varð jødatjóðin ikki útistongd frá kunnleikanum til góðskuna í frelsuni ella frá, at fáa lut í henni. Men tey, sum vrakaðu sannleikan, mistu allan áhuga fyri Guds gávum. Tey høvdu gjørt ”myrkur til ljós og ljós til myrkur,” inntil ljósið, sum var í teimum, varð til myrkur. Og hvussu ógvusligt gjørdist hettar myrkri ikki eisini.

Samsvar er millum Satans ætlanaratburð (strategi) - at fólk skulu varðveita eitt ytri skap av religiøsiteti, bara hin livandi gudsóttin trýtur. Táið jødarnir høvdu vrakað evangeliið, hildu teir fast við sínar gomlu siðir. Teir hildu eisini fast í sín gamla tjóðskaparliga avbyrgingarpolitikk, hóast teir máttu viðganga, at Gud var hildin uppat at opinbera seg fyri teimum.

Profetiirnar í bók Dánjals vístu greitt (tá sum nú) tíðina fyri komu Messiasar, og søgdu teimum so týðiliga frá deyða hansara, at jødar vórðu mæltir frá at lesa tær. Til endans lósu rabbinarar eina forbanning yvir tey, sum gjørdu royndir at rokna tíðina út. Í eftirfylgjandi øldum hevur fólk Ísraels í sínum blindleika og manglandi iðran staðið sum ein álvarslig ávaring um, hvussu vandamikið tað er at vraka ljósið av Himli. Tey hava verið líkasæl við frelsutilboð Guds og dáma ikki evangeliið.

Allastaðni at hesi sjónarmið eru, verður úrslitið tað sama. Tann, sum við vilja ger ímóti sínari sannføring orsaka av egnum ynskjum og vanum, vil at enda missa evnini til at skyna ímillum rætt og rangt. Metingarevnini minka og samvitskan dovnar, sinnið forherðast og sálin upplivir skilna frá Gudi. Táið guddómligur sannleiki annahvørt er vístur burtur ella ikki sæddur, verður samkoman myrkaløgd. Trúgvin og kærleikin verður køld, ímeðan ósemja og sundurlyndi setir dagsskráir. Limir nýta tíðina til verðslig mál, tant og fjas, og verða til forherðaðir ikki angrandi syndarar.

Boðskapur 1. eingils í Opinberingsins fjúrtanda kapitli kunngerð, at tíðin fyri Guds dóm er komin og eggjar menniskjunum at óttast Gud og at tilbiðja hann. Hesin boðskapurin hevur til endamáls at fáa fólk hansara út úr óndu ávirkanum heimsins og at vekja tey til ásannan av, at tey sjálv eru verðslig og fráfallin.

Hesin boðskapurin er ein varskógvan til tey kristnu, og sum tikin til sín, vil hann taka burtur tað ónda, sum skilir tey frá Gudi. Tóku tey ímóti boðskapinum úr Himli, eyðmýktu seg fyri Harranum og av sonnum gjørdu seg til reiðar at møta honum, tá fór Andi og kraft hansara at virka teirra millum.

Tey høvdu aftur upplivað semjuna, trúnna og kærleikan, sum var ráðandi á tíð ápostlanna, táið tey trúgvandi høvdu ”eitt hjarta og eitt sinni” og ”talaðu orð Guds við frímóð” og at ”hvønn dag vórðu nýggj fólk frelst og Harrin legði tey afturat samkomuni.”

Um tey kristnu tóku ímóti ljósinum úr orði Guds, vildu tey sæð tann einleikan, sum Kristus bað um, og sum ápostulin Paulus orðaði: ”Eitt likam og ein Andi, eins og tit eru kallað til eina vón í kalli tykkara, ein Harri, ein trúgv, ein dópur, ein Gud, Faðir alra, sum er yvir øllum, við øllum og í øllum.”

Hetta sama upplivdu tey, sum tóku við adventsboðskapinum. Tey komu úr ymiskum kirkjufelagsskapum og teir trúargarðar, sum skiltu tey at, vórðu niðurlagdir. Átrúnarlig stríð vórðu feigað burtur. Óbíbilskar lærur so sum eitt 1000-áraríki á jørðini var tikið av (”The City og God” bind 20, Augustin, 354-430), skeivir tankar um Kristi aðru komu vórðu rættaðir, ærusjúka og verðsligheit hvarv og øll mistøk vórðu rættað, tí hesi menniskjuni vórðu knýtt saman í inniligum felagskapi, har gleði og kærleiki ráddu. Táið ein slíkur boðskapur kom at merkja so nógv fyri tey fáu, sum rættaðu seg eftir honum, vildi hann havt merkt eins nógv fyri øll onnur, um tey eisini tóku ímóti honum.

Men tær flestu samkomurnar sóu burtur frá varskógvanini í Op 14. Prestarnir, ið áttu at staði á varhaldi fyri ætt Ísraels, áttu at verði teir fyrstu til at týtt teknini um komu Jesusar. Men teir høvdu vanrøkt at taka við læru av profetiunum og tíðarinnar teknum. Ímeðan teir nýttu tíðina til verðslig áhugamál, kølnaði kærleikin til Gud og trúgvin á orð hansara hvarv.

Táið teir hoyrdu um Kristi afturkomu, gav tað mótvilja og vantrúgv. At leik (ikki alment skúlað) boðaðu hana, varð nýtt ímóti henni. Sum í gomlum døgum var tann greiða boðanin møtt við spurninginum: ”Hevur kanska nakar ráðharri trúð á hann? Ella nakar fariseari?” Og táið tað ikki bar til at mótprógva tí, sum var galdandi um profetisku tíðarskeiðini, vóru tað mong, sum bara mæltu frá at granska tær. Tað grundaðu tey við, at hesar bøkur vóru forseglaðar og óskiljandi. Tey flestu kastaðu alt sítt álit á sínar andaligu leiðarar og noktaðu tessvegna at lurta og geva varskógvanini gætur. Onnur vóru nokk sannførd um sannleikan í profetiini, men tordu ikki at viðganga tað av ótta fyri umdøminum og at verða ”útstoytt úr sýnagoguni.”

Hesin av Gudi sendi boðskapur var komin fyri at royna og reinsa samkomuna. Boðskapurin vísti týðuliga hvussu mong elskaðu heimin meira enn Jesus. Bondini til heimin vóru fyri tey mongu sterkari enn tey, sum drógu tey at Himli. Tey valdu verðsligan vísdóm og vendu ”tað blinda eyga” til sannleikans hjartanemandi boðskap.

Táið tey høvdu vrakað 1. einglaboðskapin, avvístu tey samstundis hyggjuráð Guds til at frelsa tey. Tey vrakaðu náðinnar boðberarar og hesa náðina, sum vildi havt tikið burtur tað ónda, sum skildi tey frá Gudi, og eftir tað gjørdust tey bara enn ídnari at leita upp vinarlag við heimin. Hetta var grundin til ta ræðuligu versligheitina, tað fráfallið og andaliga deyðan, sum merkti kirkju- og samkomufelagsskapir í 1844.

“Bábylon” hin stóra
Í Opinberingsins fjúrtanda kapitlinum kemur ein næsti eingilin í hølinum eftir hin fyrsta og kunngerð: ”Fallin, fallin er Bábylon hin stóra!, sum hevur givið øllum fólkasløgum at drekka av vreiðivíni horulívs síns!” Orðið “Bábylon” kemur frá Bábel og merkir til dømis fløkja, hurlivasi og ørska. Í Bíbliuni verður orðið nýtt sum eitt eyðkenni til ymiskar falskar og spiltar átrúnaðir. Í Opinberingsins seytjanda kapitlinum verður Bábylon lýst sum en kvinna, sum er bíbilska súmbolið fyri eina samkomu. Ein trúføst kvinna er ein rein samkoma og ein trúleys kvinna er ein fráfallin samkoma.

Í Bíbliuni er tað heilaga varandi sambandið millum Kristus og samkomu hansara lýst sum eitt hjúnarband. Harrin hevur bundið sítt fólk til sín við hátíðarligum sáttmála, og í hesum sáttmála lovar hann at vera teirra Gud og tey forplikta seg til at hoyra honum til.

Hann sigur um Hóseas profet: “Eg skal trúlova meg við tær til ævigar tíðir; Eg skal trúlova meg við tær í rættvísi og rætti, í náði og miskunn.” Og í Nýggjatestamenti nýtir Paulus ta somu myndina: ”Eg trúlovaði tykkum jú við einum manni, fyri at leiða Kristusi fram eina reina moyggj.”

Ótrúskapur samkomunnar ímóti Kristusi, táið hon ikki longur vísti honum sítt álit og sín alsk, men vendi sær ímóti heimsins áhugamálum, sum í Bíbliuni er samanborið við eitt hjúnarbandsbrot. Hettar symbol er eisini nýtt um synd Ísraels, táið tey vendu sær burtur frá Harranum. Guds stóri kærleiki, sum teir hildu ov lítið um, er lýstur á hendan hugtakandi háttin: ”Eg svór tær trúðskap og gjørdi sáttmála við teg – sigur Harrin, Harrin – og tú vart mín.” . . . ”Tú skrýddi teg við gulli og silvuri . . . ovurhonds vøkur; endin var, at tú gjørdist drotning. Tú vart tiltikin millum tjóðirnar fyri vakurleika tín . . . men tú dúvaði uppá vakurleika tín og dreivst hor í áliti á orðinum, sum av tær gekk; tú oyðslaði við hordómi tínum uppá ein og hvønn, sum tekur ímóti fremmandum ístaðin fyri móti manni tínum!”

Í Nýggjatestamenti eru líknandi taluhættir nýttir um tey kristnu, sum leita sær eftir vinalagi við heimin heldur enn eftir vælviljanum frá Gudi. Jákup ápostil sigur: ”Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindsskapur móti Gudi?”

Kvinnan (Bábylon) í Opinberingsins seytjanda kapitli var klædd í purpuri og skarlaki og hon lýsti av gulli og gimsteinum og perlum. Í hondini hevði hon eitt gullbikar, sum var fult av heidnum viðurstyggiligheitum og allari óreinsku frá horulívi sínum. Á pannuni stóð loyndarfult navn skrivað: ”Bábylon hin stóra, móður at skøkjunum og øllum andstygdunum á jørðini.” Og enn víðari sigur profeturin: ”Eg sá kvinnuna rúsaða við blóðinum frá hinum heiløgu og av vitnum Jesusar.” Bábylon verður eisini lýst sum hin stóri býur, sum hevur kongavaldið yvir jarðarinnar kongum.

Hetta valdið, sum í so nógvar øldir var eitt harðrent harradømi yvir kongum í kristna partinum av heiminum, var romakirkjan. Purpur, skarlak, gull, gimsteinar og perlur geva eina livandi mynd av tí fúrstaliga marglætinum, sum pávastólurin umgirdi seg við. Einki annað veldi kundi við so stórum rætti nevnast at vera ”rúsað av blóðinum frá hinum heiløgu vitnunum hjá Jesusi” sum tann kirkjan, ið á so ræðuligan hátt jagstraði eftirfylgjarar Kristusar.

Bábylon varð eisini ákært fyri at hava eitt óhóskandi samband við ”kongar jarðarinnar.” Táið hin jødiska samkoman rýmdi undan Harranum, fór hon saman við heidningunum og gjørdist trúleys. Hesin sami dómur verður lagdur á romakirkjuna, tí hon gjørdist spillufongd (korupt), táið hon leitaði sær til heimsins veldir.

Fall “Bábylons”
Sagt verður, at Bábylon er ”móður skøkjurnar”. Døturnar mugu tá vera slíkar samkomur, sum halda fast við lærur og siðvenjur hennara. Tær fylgja hennara fyridømi og ofra sannleikan og viðurkenning Guds fyri at fara í eitt óhóskandi ódámligt viðurskifti við heimin. Boðskapurin í Opinberingini fjúrtan um fall Bábylons má tí galda samkomur, sum einaferð vóru reinar, men seinni eru spillifongdar. Hesin boðskapur fevnir ávaringina um dómin, og skal tí ljóða í síðstu tíðini. Hann geldur tí ikki bara fyri romakirkjuna, síðani hon jú hevur verið fallin í so nógvar øldir. Og út um tað, so hevur Opinberingin átjan eitt kall til fólk Guds um at sleppa sær út úr ”Bábylon”. Og av tí skilst sum sjálvandi, at fólk Guds framvegis eru til staðar í samkomum undir heitinum ”Bábylon.”

Hvar eru teir flestu Kristi eftirfylgjararnir í dag? Uttan iva eru teir í teimum protestantisku trúarsamkomunum. Táið hesar samkomur í fyrstani komu fram, stóðu tær fyri Gudi og á sannleikanum, og hann signaði tær. Enntá hin vantrúgvandi heimurin varð mangan noyddur til at viðganga, at gagnlig úrslit spurdust burturúr av at fylgja grundregluni í gleðiboðskapinum. Ella sum ein profetur segði tað við Ísrael: ”Tú vart tiltikin millum tjóðirnar fyri vakurleika tín; tí hitt fagra skart, ið eg hevði latið teg í, hevði gjørt hann fullkomnan – sigur Harrin, Harrin!”

Men tey fullu orsaka av tí sama lyndinum, sum gjørdist til eitt forbannilsi og oyðilegging fyri Ísrael, nevniliga ynskinum um at elta heimin og at vinna sær vinarlagið við hann: ”Men tú dúvaði uppá vakurleika tín og dreivst hor – í áliti á orðinum, sum av tær gekk; tú oyðslaði við hordómi tínum uppá ein og hvønn, ið kom framvið – honum gavst tú teg.”

Nógvar protestantiskar trúarsamkomur elta í dag fyridømi romakirkjunnar, táið tað snýr seg um vanheiløg sambond við ”jarðarinnar kongar.” Statskirkjan hevur knýtt seg fasta í verðsligar myndugleikar og aðrar samkomur royna eisini eftir heimsins viðurkenning. Máliskan ”Bábylon” – hurlivasi – kann av røttum sigast um hesar samkomur, tí allar siga tær seg grunda sína trúarlæru á Bíbliuna. Og tó eru næstan óteljandi sektir frammi, hvør við sínum tonkum ella ástøðum og við sínum mótstríðandi trúarjáttanum.

Tey trúarsamfeløgini, ið sprottin eru úr romakirkjuni, hava ikki einans syndig viðurskifti við heimin, men líkjast eisini romakirkjuni á annan hátt. Frá katólskari síðu verður hildið uppá, at ”um hin katólska halgimennadyrkanin er avgudadyrkan, so er dóttir hennara, hin anglikanska kirkjan, sek í júst tí somu syndini, tí hon hevur einar tíggju kirkjur vígdar til Mariumoy fyri hvørja, sum er vígd til Kristus.”

Í einum ritverki um “Túsundáraríkið” skrivaði hin kalvinski gudfrøðingurin dr. Samuel Hopkins: ”Eingin orsøk er at halda, at verk og andi antikrists einans er í romakirkjuni. Tey protestantisku samfeløgini rúma nógvum antikristiligum og eru so langt ífrá reinsaði fyri siðaspillu og ógudiligheit.”

Um skilnaðin hjá tí presbyteriansku kirkjuni frá Rom skrivar dr. Thomas Guthrie: ”Fyri 300 árum síðani fór kirkja okkara út um portrini í Rom við opnari Bíbliu í sínum merki og við hesum herrópi í sínum stríðsskjøldri: Rannsakið Skriftina!” Síðani spyr rithøvundirin: ”Kom hon nú so rein út frá Bábylon?”

Spurgeon eyðmerkti støðuna soleiðis, at “hin enska kirkjan letur til at vera fullkomiliga gjøgnumseyrað av halgisiðum (sakramentalismu), ímeðan tey fríkirkjuligu tykjast at vera næstan eins nógv ávirkaði av gudleysari heimsspeki. Fólk, sum vit ikki høvdu væntað tað av, venda sær burtur frá grundvølli trúarinnar. Tað er eins og at alt Ongland er gjøgnumsúrgað av vantrúgv, sum menn enntá vága sær at nevna fyri eitt kristi land frá prædikustólum.”

Fráfallið breiðir seg út um landið
Hvør var orsøkin til fráfallið? Hvussu fór kirkjan at flyta seg frá tí einfalda gleðiboðskapinum? Jú, við at eftirgera heidnar siðir til tess at lætta um fyri heidningar at gera sítt trúarskifti og at góðtaka kristindómin.

Paulus segði á sínari tíð, at ”loynimál lógloysisins virkar longu!” So leingi sum ápostlarnir enn livdu, var samkoman lutfalsliga rein. Men ímóti endanum av aðru øld hendu stórar broytingar. Tað fyrsta einfalda hvarv, táið teir gomlu fullu frá og børnini tóku við saman við nýumvendum. Tá broyttu viðurskiftini seg nógv, men so mikið líðandi, at illa varð lagt merki til tað.

Fyri at tryggja sær fleiri limir lækkaði kristindómurin støðið. Úrslitið varð at ein flóðalda av heiðinskapi kom inn í kirkjuna við egnum siðum, vanum og avgudum. So hvørt at kristindómurin tryggjaði sær øktan tokka, stuðul og viðurkenning frá verðsliga valdinum, varð hann at navni meira góðkendur av fjøldini. Mong góvu seg út fyri at vera kristin og hildu tó fram sum heidningar og tilbóðu sínar heidnu avgudar í loyndum.

Mann hetta ikki eisini vera hent í øllum samkomum og kirkjum, sum kalla seg protestantiskar? Eftirkomarar trúbøtaranna halda blindir fast í trúarjáttan fedranna og avvísa einhvønn sannleika, sum dagar fram, ið teir gomlu ikki sóu. Teir fylgja sostatt ikki sínum fedranna fyridømi við eyðmjúkleika, sjálvsnoktan og avsakni. Á hendan hátt hvarv tað fyrsta sakloysi og flóðaldur av verðsligari ávirkan floymdu inn og tóku við sær skikkir, halgisiðir og avgudar.

Tey, sum geva seg út fyri at fylgja Kristusi eftir, hava í stóran mun vinarløg við heimin, sum er ”fíggindskapur móti Gudi.” Tær vanligu kirkurnar og samkomurnar eru riknar langt burtur frá Bíbliunnar grundvølli fyri eyðmjúkleika, sjálvsnoktan, einfeldni og gudsóttan. Táið John Wesley einaferð talaði um ta røttu nýtsluna av peningi, segði hann: ”Oyðslað ikki eitt so dýrabart virði (talent), bara fyri at nøkta lystir eygans við fínum klæðum og óneyðugum prýðislutum. Pyntað ikki heimið við óneyðugum innbúgvi, dýrum málningum og øðrum óneyðugum skreyti.” . . .

Hann segði víðari: ”Nýt einki til forfeingilgheit fyri at vera sæð upp til og at fáa rós . . . so leingi tú forkelar teg sjálvan og onnur, vilja fólk tala jaliga um teg. Táið tú ert ílatin ”fínasta purpur og lín” og ”livir líviðí gleði og gleimi dag eftir dag” fara mong helst at síggja upp til tín fyri tín góða smakk, gávumildni og blíðskap. Men keyp ikki títt rós so dýrt. Ver heldur nøgd/ur við rós frá Gudi.” Nógvar samkomur nú á døgum vraka beint út sagt eina slíka áskoðan í hugburðinum.

Tað er vanligt á okkara døgum at játta seg til eina trúarlæru og væl dámt millum ávísar stjórnarleiðarar, politikarar, løgfrøðingar, handilsfólk og onnur at vísa seg fram í samkomunum fyri at vinna sær virðing og álit, men fremst fyri at kunna fremja síni egnu verðsligu áhugamál. Á hendan hátt royna tey at fjala sínar órættvísu gerðir handan eina kristna játtan.

Tað ríkidømi og tann ávirkanin, sum hesi verðsliga sinnaðu hava, er mangan kend sum ein styrki í teimum ymisku trúarsamfeløgunum, sum eru til reiðar at ganga enn víðari fyri at vinna sær vælvild fyri at innlima fleiri. Tey byggja vakrar kirkjur í vakrastu umhvørvum og búgva tær út á oyðslutan hátt. Limirnir ganga dýrt klæddir í nýggjasta móta. Dugnaligir talarar savna stórar fjøldir og undirhalda teimum fyri løn. Teir skulu helst ikki harta tað syndiga lívið, men tala vinaliga og føli til øll, sum komin eru at lurta. Heiðraðir syndarar fáa síni nøvn uppskrivað í kirkjubøkurnar. ”Fínir” syndarar fjala seg undir gudsóttans kappa.

Eitt tíðarrit við stórari ávirkan hevði hetta at siga um hugburðin hjá teimum kristnu til verðsligheitina: ”So líðandi hevur kristinheitin givið eftir fyri tíðarandanum og hevur stillað gudstænastuna eftir tíðarinnar krøvum” . . . ”Kirkjur og samkomur nýta allar hættir at gera trúnna dragandi.”

Í ”New York Independent” stóð hetta um støðuna: ”Skilnaðurin ímillum tey, sum játta seg kristin og tey, sum ikki gera tað, verður støðugt ógreiðari, og ídnir persónar báðumegin hendan garðin arbeiða hart fyri at rudda allar munir burtur í livihátti og í ítrivum at stytta sær stundir.” . . . “Táið kristindómurin er umtóktur, ger tað stóran mun til at økja um tali á teimum, sum fegin vilja njóta ágóðarnar av honum, men uttan at ganga undir krøv hansara.”

Tann presbyterianski gudfrøðingurin Howard Grosby segði: “Tað er sera ørkymlandi at Kristi samkoma í so lítlan mun lýkur vilja Harrans. Eins og jødar í eldri tíðum lótu felagsskap við avgudadýrkarar spilla viðurskiftið við Gud – uppgevur Kristi samkoma í dag tær guddómligu leiðreglurnar, tí hon hevur eitt ósømiligt viðurskifti við vantrúgvandi heimin. Samkoman ger tað sama sum hin gudleysi og tølandi heimurin og mangan eru halgisiðir og skikkir snaraðir yvir til niðurstøður, sum eru ímóti orði Guds og standa tá í beinleiðis andstøðu til allan andaligan vøkstur.”

Í hesari bylgju av verðsligari tráan og stuttleikasjúku, hvørvur mestsum øll sjálvsnoktan og allur offurvilji fyri søk Kristusar. Nøkur teirra, sum nú virka í okkara kirkju, vórðu sum børn ald upp til at siga ymiskt frá sær fyri at gera nakað fyri Kristus. Men ”manglar kirkjuni í dag pengar, má eingin eggjast til at geva nakað – avgjørt ikki! Haldið heldur uppboðssølu, havið eydnuhjól, spælið sjónleik, haldið veitslu – ja, hvat sum helst fyri pening, sum kann stuttleika fólki.”

Í nýggjárstaluni 9. januar 1873 segði ríkisstjórin í Wisconsins, at ”okkum manglar lógir, sum banna skúlunum at upplæra tey ungu til happadráttir og pengaspøl. Hesi eru allastaðni. Sjálv kirkjan er nú og tá – helst uttan at vita tað – í Djevulsins tænastu.”

Konsertir, tombola, eydnuhjól, lutaseðlar – ofta til religiøs og vælgerðandi endamál, sum tó ikki altíð eru til tað besta, eru einans tiltøk fyri at fáa pening til vega uttan at gera nakað aftur fyri. Einki er so ringt fyri moralin og so rúsandi, serliga fyri tey ungu, sum at skaffa pening og onnur virðir uttan arbeiði. Táið hampafólk luttaka í slíkum eydnuspæli og sissa samvitskuna við, at peningurin fer til eitt gott endamál, er tað ikki so løgi um tey ungu eisini fáa sær hesar vanar, sum rættuliga sikkurt kunnu leiðast aftur til slíkt váðaspæl (hasardspæl).

Hugurin at líkjast heiminum trýstur seg inn í alla kristinheitina. Í prædiku hjá Robert Atkins varð ein døkk mynd teknað av andaliga forfallinum í Onglandi. “Tað eru framvegis færri rættvís á jørðini og ongum dámar tað. Játtandi kristin í øllum samkomum elska heimin, fylgja skikkjum hansara og dáma væl tað makliga og at tráa eftir æru. Men tey eru kallaði til at líða við Kristusi, og tola ikki eina rætting. Fráfall, fráfall, fráfall er skrivað oman yvur kirkjuhurðarnar. Um tey tó vistu tað ella kendu tað á sær, so var har enn ein vón, men akk, tey rópa: »Vit eru rík, vit hava í yvirflóð og okkum manglar einki!«”

Stóra syndin, sum ”Bábylon” er ákærd fyri, er, at ”horulív hennara hevur verið sum rúsandi vín hjá teimum, sum búgva á jørðini.” Hesin rúsandi løgur, ið hon bjóðar verðini, eru tær følsku lærurnar, sum hon hevur tikið til sín sum eina avleiðing av einum óhóskandi viðurskifti við heimsins veldir. Vinalagið við heimin oyðir ikki bara trúgv hennara, men tað hevur eisini ein niðurbrótandi virkna á heimin, tí hon boðar lærur, sum eru tvørturímóti og beinleiðis í stríði við tær greiðastu útsøgnir í hini heilagu Skriftini.

Romakirkjan forðaði fólki í at lesa í Bíbliuni og kravdi, at øll ístaðin skuldu góðtaka læru kirkjunnar. Tað var trúbótin, sum opnaði Bíbliuna fyri fólki. Men veruleikin er, at kristinheitin á okkara døgum lærir, at trúgvin skal byggja á eina trúarjáttan, og á hesa undirvísingina áðrenn Bíbliuna.

Presbyterianski presturin Charles Beecher segði hetta um protestantiskar samkomulimir: “Teir eru eins erkvisnir fyri atfinningum ímóti trúarjáttanini sum kirkjufedrarnir vóru ímóti kritikki av tí ynsktu virðingini, ið teir sjálvir aldu fram til halgimennir og blóðvitnir. Tey evangelisku umhvørvini innan protestantismuna hava í so stóran mun knýtt sína og annara hendur fastar til trúarjáttanina, at eingin kennir Bíbliuna. Tað er ikki at siga ov nógv, at ávirkanin av henni er so sterk, at hon dregur ímóti at banna Bíbliuna eins veruliga og romakirkjan gjørdi, hóast at tað hendir á ein nógv listilærdari hátt.”

Táið sannleikans trúgvu boðberarar tala orð Guds, koma lærdir gudfrøðingar fram, ið geva seg út fyri at skilja Bíbliuna og stempla sannar lærur til villleiðing og feiga sannleikasøkjandi menniskjur til viks. Um heimurin ikki var so rúsaður av ”víni Bábylons”, høvdu fólk í hópatali gjørst sannførd um greiðar neyvar sannleikar í orði Guds. Men trúarlæran virkar so ørkymlandi og óharmonisk, at fólk vita ikki hvørjum tey skulu trúgva. Kirkjan hevur sjálv ein stóran part av skuldini fyri, at heimurin ikki tekur ímóti evangeliinum. («Vín» symboliserer læru og«vín Bábylons» læru hurlivasans, tvs. ikki-bíbliutrúgvar lærur, altso villleiðarans lærur, ums.)

Andaliga myrk tíð
Boðskapur annan eingils í Opinberingini fjúrtan varð ikki boðaður fyrr enn í 1844 og vendi sær greitt til kirkjusamfeløgini í USA. Hetta var boðskapurin um dómin. Hann var týðuliga boðaður, men eisini í stóran mun vrakaður og serliga har, sum fráfallið frammanundan varð størst. Men boðskapurin hjá næsta einglinum var ikki liðugur í 1844. Kirkjur og samkomur upplivdu hesa tíðina eitt stórt moralskt forfall, tí tær vrakaðu boðskapin um Jesu afturkomu. Fráfallið var tó ikki enn fullkomið.

Av tí at tey framhaldandi vraka serligu sannleikans evnir, sum galdandi eru fyri okkara tíð, eru tey sokkin djúpari og djúpari. Og tó kann tað ikki enn sigast, at fallin er Bábylon hin stóra, hon, sum við sínum horulívi hevur skonkt vreiðinnar vín til øll fólkasløg. Enn hevur hon ikki fingið øll fólkasløg at gera tað.Verðsliggerðin og líkasælan mótvegis sannleikanum, sum er ein roynd fyri menniskjuni í okkara tíðum, økist støðugt í allari hinari protestantisku kristinheitini. Hesar samkomur og kirkjur eru íroknaðar boðskap annan eingils í Opinberingini fjúrtan um ein ræðuligan dóm. Men hinar flestu eru tó ikki enn komnar í hæddina av fráfallinum.

Bíblian lærir, at innan Harrin kemur, fer Satan at virka ”við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum og við øllum svikum órættvísinnar fyri tey, sum fortapast, aftur fyri at tey tóku ikki við kærleika til sannleikan, so tey kundu verða frelst”19 Ikki áðrenn at hendan støðan er íkomin og kirkjunnar bundnið til heimin er vorðin veruleikin fyri alla kristinheitina, er fall Bábylons staðfesting. Broytingin hendir stigvíst, og nevnda uppfyllingin av Op. 14:8 liggur enn í framtíðini. (Útgávan her útkom í 1911)

Hóast andaligt myrkur og fremmandagerð til orð Guds, sum eyðmerkir tær samkomur og kirkjur, sum nevnast kunnu Bábylon, so er nógv tann størsti parturin av sannu Kristi eftirfylgjarum framvegis í hesum umhvørvunum. Nógv teirra hava ikki enn ansað eftir teimum serligu sannleikunum fyri okkara tíð. Rættuliga nógv eru eisini ónøgd og leingjast eftir klárari ljósi. Tey leita uttan finna spegilsmyndir Kristusar í teimum kirkjunum og samkomunum, sum tey eru knýtt til.

Sohvørt sum hesar samkomurnar og kirkjurnar ota seg enn longur burtur frá sannleikanum og knýta síni bond enn tættari at heiminum, verður munurin uppaftur størri ímillum báðar bólkarnar. Og at enda kemur ein fullur skilnaður. Tíðin er tá búgvin hjá teimum, sum elska Gud meira enn nakað annað, at tey ikki framhaldandi kunnu varðveita sambandið við tey, sum ”elska egnar lystir hægri enn Gud. Í tí ytra hava tey gudsótta, men tey avnokta kraft hansara.”

Opinberingsins átjandi kapittil vísir til hesa tíð, táið tey kristnu samfeløgini hava vrakað hin trífaldaða varskógvandi einglaboðskapin í Opinberingini 14:6-12 og tí uppliva tey tá eina støðu, eins og hin næsti eingilin spáddi. Fólk Guds, sum enn eru í Bábylon, verða eggjaði til at rýma úr ”Bábylon”. Hetta er hin síðsti boðskapurin, sum hesin heimurin nakrantíð fær og hann fer at virka.

”Tey, sum ikki trúu sannleikanum, men høvdu gleði sína í órættinum,” verða prísgivin villleiðingi, sum tey hýsa við at tey trúgva lygnini. Men sannleikin fer at skína á øll tey, sum eru opin fyri honum. Fólk Harrans, sum enn eru í ”Bábylon”, fara at hoyra kallið: ”Farið út frá henni, fólk mítt, so tit hava ikki lut í syndum hennara, og verða rakt av plágum hennara!”