Bardagin Mikli kapitel 22. Fra side 391tilbage

Uppfyltir spádómar

Tey, sum væntaðu Jesu afturkomu á vári 1844, vóru eina tíð plágað av óvissu, nú tíðin fór uttan hann kom. Tey flestu hildu, at nú var alt farið fyri bakka og nú var greitt, at tey høvdu trúð eini hvørvisjón og vóru offur fyri sviki. Men tey áttu framvegis ein ugga í orði Guds og mong hildu fram at granska. Tey kannaðu grundarlagið fyri trúgv sínari av nýggjum og vóru nærløgd við at granska profetiirnar leitandi eftir meira ljósi. (”Við olju á lampunum” kundi tað bera til, Matt 25)

Útsøgnir Bíbliunnar, sum tey høvdu grundað trúnna á, virkaðu til at vera greiðar og sannførandi. Tekin, sum tey ikki kundu fara skeiv av, vístu, at Kristusar koma var nær. At syndarar umvendu seg og at tey kristnu upplivdu eina andaliga endurnýggjan, vísti greitt, at boðskapurin var frá Gudi. Hóast tey trúgvandi ikki funnu nakra forkláring til teirra vónbrot, so vóru tey tó sikkur í, at Gud hevði leitt tey.

Týðuligir og greiðir bíbliutekstir
Spádómarnir, sum tey skiltu at galda fyri Kristi afturkomu, høvdu eisini eina serliga undirvísing við ótryggu og spentu støðuni, sum tey upplivdu, og sum eggjaði tey til í tolsemi at bíða í trúnni á, at tað, sum tey ikki í løtuni skiltu, til sína tíð skuldi verða teimum útgreinað.

Ein av hesum bíbliutekstum ljóðar: ”Skriva upp sjónina – skriva hana skilliga á talvurnar, so hon er góð at lesa! Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast. … Men hin rættvísi skal liva við trúgv síni.”

Longu í 1842 høvdu orðini, sum komu um profetin Habakkuk: ”Skrivað sjónina týðuliga upp á talvur, soleiðis at hon er løtt at lesa!” givið Charles Fitch hugskotið til at tekna skitsu yvir Dánjals profetisku sjónir saman við Opinberingum Jóhannesar. Hetta varð hildið at vera gjørt í góðum samsvari við profetiirnar. Men eingin gav tí gætur, at hesin sami spádómurin eisini nevndi eina bíðitíð – at uppfyllingin fór at draga út.

Táið vónbrotið hevði verið ein veruleiki, fingu hesi orðini ein stóran týdning: ”Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gongur við skundi móti endanum og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast. ….. Men hin rættvísi skal liva við trúgv síni.”

Tey trúgvandi funnu eisini stóra troyst og styrki í hesari profeti í Ezekiels bók: ”Orð Harrans kom til mín. Hann segði: Menniskjasonur! Hvat er hetta fyri orðatak, tit hava í Ísraelslandi, táið tit siga: »Tíðin dregur út, og hvør sjón kemur uppí einki!« Tú skalt siga við tey: So sigur Harrin Harrin: Eg skal gera enda á hesum orðatakið, tað skal ikki verða nýtt longur í Ísrael! Nei, sig við tey: Nú er tíðin nær, táið orðini í øllum sjónunum skulu ganga út! …… Menniskjasonur! Hús Ísraels sigur: «Handan sjónin, ið hann sær gongur ikki út fyrrenn um langa tíð – tað er um tíðir, sum enn eru langt burturi, ið hann spáar!» Tí skalt tú siga við tey: So sigur Harrin Harrin: Ikki skal drálast longur við nøkrum av tí, sum eg havi sagt; orðið, ið eg tali, skal ganga út - so sigur Harrin Harrin!”

Tey, sum bíðaðu og gleddu seg í tryggari vissu um, at hann, sum kennir endan frá byrjan og hevur sæð alt niður ígjøgnum alla mannasøguna, eisini frammanundan hevði sæð vónbrotið, sum teimum varð fyri og júst tí hevur givið teimum ein ugga og vón. Hevði tað ikki verið fyri, at slíkir bíbliutekstir vóru funnir at stuðla bíðan í tolsemi og at varðveita álitið á Guds orð, tá vildi trúgvin havt sviki í hesi royndarstund.

Tíggju brúðarmoyggjar
Eisini líknilsið í Matteus 25 um brúðargentir lærir eina bíðitíð hjá teimum, sum vænta Jesus aftur. Í Matt 24 svaraði Jesus spurningum ápostlanna um teknini fyri komuni og heimsins enda. Hann nevndi nakrar tær størstu hendingarnar í heims- og kirkjusøguni, líka frá fyrstu komuni og til aðru komuna, nevniliga oyðing Jerusalems, jagstran av samkomu hansara undir heiðinskapi og pávadømi, sól- og mánaformyrkingar og stjørnuregn. Síðani talaði hann um afturkomuna og segði líknilsið um tveir ymiskar tænarar, sum bíðaðu eftir komu Harra síns.

Matteus 25 byrjar við orðunum: ”Tá skal ríki Himmiríkis vera at líkna við tíggju moyggjar, ið tóku lampur sínar og fóru ímóti brúðgóminum”. Hetta vísur samkomuna í síðstu tíðini, og tað sama er umtalað í endanum av 24. kapitli. Í líknilsinum er roynd teirra lýst innan karmar í eysturlendskum brúdleypi.

”Tá skal ríki Himmiríkis vera at líkna við tíggju moyggjar, ið tóku lampur sínar og fóru ímóti brúðgóminum. Fimm teirra vóru dárar, og fimm klókar. Tær, ið dárar vóru, tóku víst lampur sínar, men tóku onga olju við sær. Men hinar klóku tóku olju í íløt síni saman við lampunum. Við tað at brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu. Men um midnáttina hoyrdist róp: »Brúðgómurin kemur, farið ímóti honum!« Tá vaknaðu allar moyggjarnar og gjørdu lampur sínar til. Tær, ið dárar vóru, søgdu nú við hinar klóku: »Latið okkum fáa av olju tykkara, tí lampur okkara sløkna« Men hinar klóku svaraðu: »Nei, ikki verður nóg mikið bæði til okkara og tykkara; farið heldur til keypmenninar og keypið tykkum sjálvum!«”.

Mann helt (í 1844) at koma brúðgómsins lýsti afturkomuna, soleiðis sum hon er kunngjørd í boðskapi fyrsta eingils (”ævigt evangelium” Op 14:6). Mann helt, at tann víðfevnda vekingin, sum var í sambandi við Jesu afturkomu í næstu framtíð svaraði til brúðargenturnar, sum fóru út at møta brúðgóminum. Bæði í hesum líknilsi og Matteus 24 eru tvey sløg av menniskjum lýst. Allar 10 høvdu lampu, Bíbliuna, og í ljósinum frá henni fóru tær út at bíðja eftir brúðgóminum, fyri at møta Harranum, fullar av vón um straks at fáa løn sína. Men tær vóru ikki allar fyrireikaðar til eitt vónbrot í seinkan, at hann ikki vildi koma í bræði, sum tær fyrst hildu. Táið royndirnar komu, svann trúgvin hjá mongum og ljós teirra sløknaðu.

”Nú tíðin dróg út gjørdust allar brúðargenturnar linar og sovnaðu.” Hendan støða svarar til bíðitíðina og vónbrotið innan Jesu afturkomu. Vónbrotið og tann at síggja til seinkan við sínum óvissum gjørdi, at tær grunnskygdu og lunkaðu fóru at missa áhugan og mótið at halda fram. Men tær, sum høvdu grundað trúnna á persónligan kunnleika til Orðið, Bíbliuna, stóðu á klettagrund og vórðu ikki tiknar av fótum í vónbrotinum, ið allar kendu sær. Tær sovnaðu jú allar. Annar bólkurin legði minni í tað og slepti trúnni. Hin bólkurin bíðaði tolin eftir meira ljósi (møguligt, tí olja var tøk). Men hesa náttina, táið allar komu út fyri tí djúpu royndini, var tað eins og allar vóru farnar at missa eldhugan og trúskapin. Tær lunkaðu og grunnskygdu kundu ikki longur styðja seg upp at trúnni hjá hinum. Allar vóru tær noyddar til at klára seg sjálvar.

Sum á Luthers døgum
Um hesa tíðina fóru víðgongdir persónar at gera um seg. Nøkur, sum til lítar høvdu givið seg út fyri at hava trúð boðskapinum, vrakaðu nú Guds orð sum hina einastu álítandi leiðreglu. Tey hildu uppá, at Andin leiddi tey, men hettar vóru egnar kenslur, ávirkanir og tankafok, sum tey gingu eftir. Onnur sýndu eitt blint, men ivasamt ágrýtni til at fordøma øll, sum tey ikki vóru samd við. Teirra fanatisku hugskot og gerðir vunnu onga undirtøku frá teimum, sum enn bíðaðu eftir Kristusi, men hóast tað, so kom sannleikans mál av hesum í eitt vánaligt orð.

Soleiðis royndi Satan at virka ímóti og at oyða Guds verk. Adventsboðanin hevði gjørt sterk árin á fólk. Í túsundatali vórðu umvend og gudsóttandi fólk nýttu alla sína tíð til at trúboða boðskapin – eisini ímeðan bíðja varð.

Fúrsti óndskapsins misti viðhaldsfólk og fyri at skaða mál Guds til at fáa ringt umdømi, royndi hann eisini at svika nøkur, sum játtaðu seg at trúgva, og rak tey út til at verða víðgongd. Og hjálparmenn hansara stóðu straks til reiðar at lofta hvørjari villleiðing, hvørjum mistaki, hvørjari óhóskandi gerð og broderaði tað síðani eftir besta evni fyri at skapa andróður ímóti teimum adventstrúgvandi og tí, sum tey stóðu fyri.

Jú fleiri sum játtaðu seg til trúnna, at afturkoma Kristusar var í nánd, samstundis at Satan hevði tey í sínum valdi, tess meira fóru tey óndu at vinna við at lýsa tey sum eyðkend (typisk) umboð fyri allan trúarflokkin.

Satan er ”ákæri brøðra okkara.” Tað er hann, sum fær fólk at leita eftir brekum og manglum hjá Guds fólki fyri at siga øðrum tað, ímeðan góðu síðurnar verða tagdar burtur. Satan er altíð í virksemi, táið Gud arbeiðir við at frelsa menniskju. Táið synir Guds komu fram fyri Harran, kom Satan eisini. (Sí Job 1:6)

Í hvørjari veking fær hann óumvend fólk við inn, ið eru í sinnisligari ójavnvág. Táið hesi hava fingið partar av sannleikanum og eru farin uppí trúgvandi flokkin, arbeiðir hann ígjøgnum tey fyri at fremja ástøðir, sum vilja villleiða tey, sum ikki eru á varhaldi. At ein persónur er saman við fólki Guds í húsi hansara ella til nadver, prógvar ikki, at hann er ein sannur kristin. Satan er ofta hjástaddur við tey hátíðarligastu høvir í og við teimum, sum hann fær brúkt til síni amboð.

Satan mótarbeiðir fólki Guds fyri hvørt fet til Himmalin. Ígjøgnum søgu samkomunnar hevur hvør einasta trúbót fingið stóra mótstøðu. Soleiðis var eisini, táið Paulus livdi. Hvørja ferð hann plantaði nýggja samkomu, komu nøkur, ið góvu seg út fyri at vera trúgvandi, men innførdu rangar lærir. Og um hesar vórðu góðtiknar, vildu tær havt troka kærleikan burtur til tað rætta og tað sanna.

Luther var ofta í iva og illa hýrdur av svermarum, sum søgdu, at Gud talaði beinleiðis við teir og tískil settu teir sínar egnu tankar og hugskot oman fyri Bíbliuna. Nógv við minni trúgv og royndum, og tó høvdu stórt sjálvsálit og fegin vildu hoyra um og siga frá tí nýggjasta, tey forvitnu og tíðindafróðu, vóru rivin við av hesum boðarum. Tey fóru saman við tænarum Satans fyri at bróta tað niður, sum Gud hevði ávirkað (inspirerað) Lutheri at byggja upp.

Eisini brøðurnir Wesley og aðrir, sum ávirkaðu heimin nógv við síni trúgv og virksemi, máttu áhaldandi stríðast ímóti Satans list og snúgvandi brøgdum, táið hann rak óumvend, yvirspent og trábitin menniskju í sálarligari ójavnvág inn á vegir teirra.

William Miller helt lítið um sveimarar. Eins og Luther helt hann, at allar lærur skuldu roynast við Guds orði. ”Djevulin hevur stórt vald á okkara døgum,” segði Miller. ”Hvussu kunnu vit tá vita hvør andin er, sum drívur teir?” Bíblian svarar: ”Tit skulu kenna teir av fruktum teirra.” …. ”Nógvir falskir profetar eru farnir út í heimin, og vit hava fingið boð um at royna teir. Tær ávirkanir, sum ikki fáa okkum at liva sømiliga, gudsóttandi og rættvíst, eru ikki frá Kristusi. Eg verði meira og meira sannførdur um, at Satan hevur nógv við hesar sveimararørslurnar at gera.” ….

”Mong okkara millum, sum halda seg vera fult heilagtgjørd, ganga eftir siðvenjum, sum einans eru mannaboð og tykjast at vera eins óvitandi um sannleikan og tey, sum ikki geva seg út fyri nøkrum slíkum.” …. ”Villleiðingarandin leiðir okkum burtur frá sannleikanum, men Andi Guds leiðir okkum til sannleikan. Hvat so við einum persóni, sum tekur feil og tó heldur seg hava sannleikan? Svarið skal vera, at Andin og Orðið skulu samsvara. Um ein persónur roynir seg sjálvan við orði Guds og finnur eina fulla harmoni við alla Bíbliuna, so kann hann hava loyvi til at trúgva seg at hava sannleikan. Men um hann sær at hesin andin ikki leiðir seg, ikki er í samsvari við lóg Guds og orð hansara, eigir hann at ganga varisliga fyri ikki at gerast fastur í snarum Satans!” ….

”Ofta og títt er eitt vinarligt eygakast, tárir á kinninum ella ein grátikøvd rødd eitt betri prógv fyri sannan frómleika enn allur gangurin og øll stákanin, sum gongur fyri seg í kristinheitini.”

Tey, sum í trúbótartíðini virkaðu mest ímóti allari hugasveiman, vórðu sjálv ákærd fyri alt tað ónda, sum stóðst av sveimanini. Andstøðingar til væntanina av Kristusi nýttu ein líknandi hátt. Teir sóu seg ikki nøgdar við at snara og at leggja afturat villingunum hjá hugasveimarunum, og bóru eisini falskar søgur út. Hesi fólkini vóru drivin av hatri og fordómum. Boðanin um Jesu afturkomu órógvaði tey og tók sálarfriðin. Tey ræddust, um tað nú skuldi verið satt, men vónaðu tað øvuta. Hetta var í botn og grund tann veruliga orsøkin til, at tey stríddust ímóti teimum adventstrúgvandi.

At einstakir sveimarar eisini fóru við í bíðandi adventstrúgvandi flokkin, var eins óhaldfør orsøk til at halda rørsluna ikki at vera frá Gudi, sum at vraka virksemi Paulusars ella Luthers, tí sveimarar og falsarar eisini komu uppí samkomuni á tíðum teirra.

Fólk Guds má vakna til sanna umvending og umbót. Tey eiga at granska Bíbliuna og at læra seg sannleikan, sum hann er í Jesusi. Táið tey yvirgeva seg heilt og fult til Gud, fara tey tó at merkja, at Satan framvegis er vakin og í virksemi. Hann vil nýta øll sløg av villleiðing stuðlaður av øllum sínum fráfalna einglaskara.

Tað var ikki boðanin av Kristi afturkomu, sum festi í ósemjur, split og fanatismu. Men tað var støðan, ið kom upp á sumri í 1844, táið tey adventstrúgvandi vóru komin í iva um støðu sína. Boðskapur fyrsta eingils í Op. 14 og ”midnáttarrópið” tæntu júst til at mótvirka sundurlyndi og trábitni. Men tey, sum vóru við í hesum týðandi virkseminum hildu saman. Tey elskaðu hvønn annan, og tey elskaðu Jesus, sum tey skjótt væntaðu at møta. Hendan sama trúgvin og sæla vónin hevjaði seg upp yvir alla ávirkan manna og var ein skjøldur ímóti álopum Satans.

Meira ljós kemur á profetiirnar
”Táið tað dróg út innan brúðgómurin kom, vórðu allar 10 brúðargentur linar og sovnaðu. Men um midnáttina kom róp í: »Brúðgómurin kemur! Gangið honum á møti!« Tá vaknaðu allar brúðargenturnar og gjørdu lampur sínar til.”

Á sumri 1844, mitt ímillum at tey fyrstu ferð hildu at teir 2300 dagarnir endaðu og á heysti sama árið, tað tíðarhvarvið, tey seinni komu fram til, tá boðaðu tey boðskapin við Bíbliunnar egnu orðum: »Brúðgómurin kemur! Gangið honum á møti!«

Orsøkin til hesa rørsluna var, at funnið varð fram til, at avgerðin um at endurbyggja Jerusalem (Dán 9:25a), sum Artaxerxes hevði skrivað til at byrja á heysti í 457 f.Kr., umboðaði byrjunarárið til teir 2300 ‘dagarnar’. Tað vil siga ikki um vári, sum tey í fyrstuni hildu, men at skeiðið kom at enda um heysti í 1844.

Eisini fyrimyndin um reinsan halgidómsins í Gamlatestamenti var um heysti. Fatanin um tíðina til á heysti, varð uppaftur greiðari, táið tey sóu hvussu tíðarhvarvið eisini vísti fram til fyrstu komu Kristusar og tá varð uppfylt. (”fyrstu komu Kristusar” meint tá ”hann byrjaði verk sítt” um 30 ára gamal, Luk 3:23)

Páskalambið vísti á deyða Kristusar. Paulus sigur: ”tí eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus.” Tað fyrsta kornbundið, táið heystað varð, skuldu tey svinga við fyri Harranum undir páskahaldinum, sum var ein undanmynd av uppreisn Jesusar. Paulus sigur um uppreisn Jesusar: ”Kristus er frumgróðurin, harnæst tey, sum í komu Kristusar hoyra honum til.” Eins og svingnings kornbundið var tað fyrsta kornið, ið varð búgvi og skorið innan sjálvan kornskurðin, merkir, at Kristus er fyrsta grøðin til ódeyðiliggerandi skurðin av menniskjum, sum í uppreisnini verða savnað saman.

Hetta profetiska árliga symbolska páskahaldið møtti sínari mótmynd, sínum veruleika, og tað hendi eisini til spáddu tíðina. Í 15 øldir vóru lomb flett tann 14. dagin í fyrsta mánaði hjá Ísrael (abib = nisan). Hendan sama dagin ótu Kristus og ápostlarnir páskalambið saman og við hesa máltíð stovnaði Jesus tað nýggja hátíðarhaldið til minnis um deyða sín, sum ”lamb Guds, ið ber alla heimsins synd.” Hesa somu nátt varð hann tikin og seinni av ógudiligum menniskjum krossfestur.

Men Jesus reis upp triðja dagin og uppfylti symbolið í svingningsbundinum. ”Hann var frumgróðurin av teimum sovnaðu!” Hendingin vísir fram til tíðina, táið øll tey rættvísu rísa upp til at fáa eitt ”óforgeingiligt likam” og tá verða broytt at fáa eins likam og hann hevur í dýrdini.

Á sama hátt hildu tey (millerittarnir), at symbolini, sum vístu fram til Jesu afturkomu fóru at verða uppfylt til ásettu tíðina, eins og hin myndaliga offurtænastan vísti á. Tí við gudstænasturnar undir Mósilógar skipan varð halgidómurin árliga reinsaður Stóra Bótardag tann 10. í sjeynda mánaði jødanna. (tishri)7 …. (ca. okkara oktobur)

Midnáttarrópið
Í líknilsinum í Matteus 25 svóvu brúðargenturnar í bíðitíðini og síðani kom brúðgómurin. Hetta passaði bæði við profetiina og fyrimyndina í halgidómstænastuni. Alt sá sannførandi út og ”midnáttarrópið” varð boðað av mongum túsund trúgvandi. Tað fór við hesari rørslu sum flóðalda út um landið, úr býi í bý og av bygd á bygd og út til uttastu avsíðis krókar, inntil alt fólk Guds varð væl vaknað. Ógvuslig rák hvurvu sum døgg fyri sól allastaðni at boðskapurin ljóðaði. Tey trúgvandi føldu, at allur ivi og ørkyml hvarv, meðan vónin og tað stóra áræðið lívgaði tey upp.

Rørslan var sloppin av við trábitin rák, sum altíð koma, táið menniskjansligur ovurhugur ikki er undir tamarhaldi av orði og anda Guds. Ístaðin vóru tey merkt av tí sama eyðmjúkleika og gudsótta, sum eyðkendi gamla Ísrael aftaná at tænarar Harrans høvud ámint tey. Rørslan hevði tey somu eyðkennir, sum verk Guds altíð hava havt upp ígjøgnum tíðirnar. Har var eingin hamskiftur hýrur, men djúp og útbreidd sjálvsroynsla við fráhaldi frá øllum verðsligum. Tey trúgvandi kendu so inniliga, at tey noyddust til at fyrireika seg til at møta Harranum. Tey bóðu íðiliga og yvirgóvu seg til Gud uttan nakað fyrivarni.

Soleiðis lýsti Miller støðuna: ”Eingi fagnaðarróp eru at hoyra. Tað er eins og tey eru hildin aftur til eitt seinni høvi, táið allur himmalin og jørðin skulu frøa seg saman í einari óbeskriviligari eydnu. Tað hoyrast eingi hørð róp. Tað verður ikki fyrrenn rópið kemur av Himli. Sangirnir eru tagnaðir. Sangararnir bíða til teir fara at taka undir við einglunum í himmalkórinum. Einki stríð er. Øll hava eitt hjarta og eitt sinni.”

Ein annar í rørsluni segði: ”Allastaðni leiddi støðan til eina sjálvrannsakan og eyðmjúkleika til Gud. Kærleikin til heimin minkaði. Stríð og fíggindsskapur hvarv og fólk játtaðu síni mistøk. Eyðmjúkleikin til Gud vísti seg sum djúp iðran og bønir um fyrigeving og náði. Eina slíka eyðmýkt og sjálvsrannsakan hava vit ikki fyrr verið vitni til. Harrin hevur um profetin Jóel kunngjørt, at táið tann stóri dagurin er nær, skuldi ein veking leiða til at angurin reiv í hjørtuni, heldur enn at fólk skræddu klæðini sundur. Tey umvendu seg til Gud við føstu, gráti og kæru. Og um profetin Sakarias er boðað, at hann skuldi senda ein náðinnar og bønarinnar anda yvir sítt fólk. At tey hugsaðu um hann, sum tey høvdu gøgnumgatað, og at tað varð stór sorg í landinum, …. Tey, sum bíðaðu eftir Harranum, eyðmýktu seg fyri honum.”

Av øllum størri trúarvekingum síðani ápostlanna dagar, hevur eingin verið so væl vard frá øllum ófullkominleikum manna og djevilskum villleiðingum sum hendan, ið kom á heysti 1844. Enntá nú, so nógv ár aftaná, kenna tey tað sum vóru við og framvegis standa føst á sannleikans grund, at tað var ein heilag ávirkan í øllum tí, sum ta ferðina hendi og tey vilja kunna játta, at hendan ávirkanin var frá Gudi.

Íðin vón í spentari bíðan
Táið rópið kom: “Brúðgómurin kemur!” vaknaðu tær ”og gjørdu lampur sínar til.” Tær granskaðu orð Guds við størri nærlagni enn nakrantíð fyrr. Einglar vórðu sendir av Himli fyri at vekja tær, sum høvdu mist mótið og til tess at fyrireika tær at taka við boðskapinum.

Hendan rørslan var ikki grundað á mannavísdóm ella -kunnleika, men á kraft Guds. Tað vóru ikki tey mest begávaðu ella evnaríkastu, men tey eyðmjúkastu og mest gudsóttandi, sum vóru tey fyrstu at lurta eftir og at taka við kallinum. Bóndur lótu skurðin standa. Handverkarar løgdu amboðini niður og fóru út við gleðistárum at trúboða hendan varskógvandi boðskapin. Tey, sum fyrr stóðu fremst, vórðu nú tey síðstu at koma sær uppí rørsluna.

Tær flestu kirkjur lótu tó hurðarnar aftur fyri hesum boðskapinum, og nógv, sum tóku ímóti honum, kvettu sambandið við sína kirkju. Gud syrgdi fyri, at hesin boðskapurin varð boðaður saman við boðskapinum hjá tí næsta einglinum (Op 14:7) og Gud gav honum máttin.

“Brúðgómurin kemur!” var ikki fyrst og fremst ein boðskapur bygdur á prógv, hóast útsøgnir Bíbliunnar vóru heilt greiðar og sannførandi. Boðskapurin varð fylgdur av einum noyðandi mátti, sum hertók sinnini. Har var eingin ivi ella mótmæli til máttin. Táið Kristus reið inn í Jerusalem, var fólk komið saman úr øllum pørtum av landinum at halda páskir og øll ætlaðu sær niðan á Ojufjallið. Táið tey náddu teimum, sum vóru saman við Jesusi, vóru tey rivin við av løtunnar anda, serstaka stemninginum, og tóku lut í hyllingini við at rópa: ”Signaður verði hann, sum kemur í Harrans navni!”10 Okkurt, sum var líknandi hesum, upplivdu mong vantrúgvandi, sum streymaðu til møtini hjá adventsboðarunum, nøkur av forvitni og onnur fyri at stytta stundir og stuttleika sær. Men so kendu tey máttin í boðskapinum: “Brúðgómurin kemur!”

Guds fólk hevði hesa tíð eina trúgv, sum gav bønarsvar – eina trúgv, sum sá fram ímóti lønini. Andi Guds kom í stríðum streymum niður yvir tey sannhjartaðu eins og grovregn á turra jørð. Tey, sum væntaðu skjótt at standa andlit til andlits við Kristusi, kendu eina hátíðarliga gleði, sum ikki ber til at lýsa við orðum.

Mildi og vinnandi máttur heilaga Andans bloytti sinnini og tey trúføstu fingu lut í Harrans ríku signingum.

Tey, sum tóku ímóti boðskapinum vóru øll merkt av álvara og varsemi, tí dagurin nærkaðist við risafetum, sum tey vónaðu at møta Harranum. Hvønn morgun kendu tey tað sum sína fyrstu skyldu at vissa seg um, at Gud hevði góðtikið seg. Tey vóru innarliga samanknýtt og høvdu ofta felags bønarfundir og bønir stigu eisini alsamt upp frá akrum og upp úr skógum. Vissan fyri at toknast Jesusi var nógv meira týðandi fyri tey enn tað dagliga breyðið. Um eitt skýggj rak fyri sinnið, áttu tey ikki frið á sær fyrr enn tað varð beint burtur. Samstundis, sum tey fingu vissuna um fyrigeving Guds, longdust tey eftir at hitta hann, sum merkti so nógv fyri tey.

Men enn einaferð skuldu tey uppliva eitt vónbrot. Bíðitíðin fór, men Jesus kom ikki. Tey høvdu sæð fram til komuna við ósvikaligari trúgv. Og nú upplivdu tey tað sama sum Maria, táið hon kom út á grøvina hjá Jesusi og fann hana tóma. Grátandi segði hon tá: ”Teir hava tikið Harra mín, og eg veit ikki hvar teir hava lagt hann.”

Tann ræðandi kenslan lá í teimum, um hvørt boðskapurin tó skuldi veri sannur, og hon hevði í eina tíð lagt eina tálman yvir tey vantrúgvandi. Og eisini táið tíðin var farin afturum, vardi hesin tálmandi óttin í eina tíð, at fólk ikki vágaðu at erpa sær í skaðafrøi ímóti teimum vónbrotnu. Men táið eingi tekin sum tíðin leið frá sóust til vreiði Harrans, hvarv hesin óttin og tey fóru nú av nýggjumat spotta og at háa. Nógv, sum høvdu givið seg út fyri at trúgva á Harrans komu, sleptu nú trúnni. Og nøkur, sum høvdu sett alt álitið í veð, vórðu so djúpt særd í stoltleikanum, at tey helst vildu horvi burtur av verðini. Tað var eins og tað gekk við Jónasi í Nineve, táið hann hartaði Gudi og sjálvur ysnkti seg deyðan.

Tey, sum høvdu bygt sína trúgv á annara meiningar og trúgv, men ikki á orð Guds, vórðu nú aftur til reiðar at broyta sína støðutakan. Teir, sum spottaðu, fingu tey veiku og feiku til at koma í parti við sær og hesi stóðu nú saman um at sláa fast, at nú var einki longur at bíða eftir. Tíðin var farin, Kristus var ikki komin og heimurin kundi halda fram á sama hátt sum hann hevur gjørt í túsundum av árum.

Tey sannhjartaðu kristnu høvdu slept øllum fyri Kristusi og høvdu upplivað nærleika hansara sum ongantíð fyrr. Tey hildu seg hava givið heiminum sína síðstu ávaring. Og tí tey væntaðu skjótt, at verða móttikin av Harranum og einglum hansara, høvdu tey fyri ein stóran part byrgt seg inni frá tí vantrúgvandi heiminum. Við inniligum longsli høvdu tey biðið: ”Kom Harri Jesus, kom skjótt!” Men hann kom ikki. Nú kom so aftur at átaka sær lívsins tungu byrðar, óttanir og gremjanir, umframt at úthalda niðran og spottan frá verðini íkring seg. Tað var ein hørð roynd fyri trúgv og tolsemi teirra.

Tó var vónbrotið ikki eins stórt og ápostlanna við fyrstu komu Kristusar. Táið Jesus á sigursferð reið inn í Jerusalem, hildu ápostlarnir, at hann skuldi seta seg á Dávids trónu og bjarga Ísrael frá kúgandi hersetingarvaldinum. Fullir av vón og væntan royndu teir at yvirbjóða hvønn annan at æra hann sum kongin. Mangir breiddu síni klæðir út á vegin sum teppir og stroyddu somuleiðis pálmagreinar framman fyri hann og róptu glaðir: ”Hosianna, Dávids sonur” Fariseararnir mistu tá tolið og gjørdust illir um allan heiðurin og bóðu Jesus um at steðga teimum. Men hann svaraði: ”Um teir tiga, skulu steinarnir rópa.”

Profetiin skuldi ganga út. Ápostlarnir útintu ætlan Guds. Og tó máttu teir uppliva eitt slíkt beikst vónbrot. Bara fáar dagar seinni vórðu teir vitnir til pínufulla deyða og gravlegging Jesusar. Teirra væntanir gingu ikki út. Ikki fyrrenn hann kom sigrandi úr grøvini, gekk tað upp fyri teimun, at alt varð sum spáað, at ”Messias skuldi líða, doyggja og reisa upp frá hinum deyðu.”

500 ár undan hevði Harrin sagt um profetin Sakarias: “Gleð teg stórliga, dóttir Zion! Lat hoyrast fagnaðarróp, dóttir Jerúsalems! Hygg, Kongur tín kemur til tín! Rættvísur er hann og fullur av frelsu, fátækur er hann, og ríður á esli, á ungum esilsfyli.”14Um ápostlarnir áðrenn høvdu vita av, at Kristus eftir hetta skuldi dømast og doyggja, tá høvdu teir ikki kunna uppfylt spádómin.

Á líknandi hátt sum ápostlarnir tá, uppfyltu William Miller og felagir nú hansara ein spádóm, táið teir boðaðu evangeliið og dómin til heimin. Og ein slíkan boðskap kundu teir ikki borið á sama hátt sum gjørt varð, um teir frammanundan skiltu spádómin og vistualt um vónbrotið. Júst tað sama var millerittunum og ápostlunum fyri, táið teir bóru profetiska boðskapin út til heimin um Jesu afturkomu. Bæði fyrsti og næsti einglaboðskapurin í Opinberingini 14 vóru neyvt boðaðir til ásettu tíðina, og framdu júst tað, sum Harrin hevði avgjørt.

Ein treyst leivd
Heimurin fylgdi áhugaður við og væntaði at tey adventstrúgvandi nú fóru at geva skarvin yvir ogat øll adventstrúgvin fór fyri bakka, nú ásetta tíðin fyri afturkomu Kristusar var farin afturum. Hóast mong mistu trúnna hesa sváru royndartíðina, vóru tó nøkur eftir, sum ikki vinglaðu, men hildu fast í trúnni.

Fruktirnar – tann eyðmjúki hugburðurin, sjálvrannsakaninog ynskið um at avsaka alla verðsligheit og at liva eitt nýtt lív í kristnu samkomunum – var ein avleiðing av adventsrørsluni sum vísti, at hon kom frá Gudi.

Tey kundu ikki noktað, at kraft heilaga Andans hevði verið við og stuðla undir boðanina av Kristi afturkomu – og tey funnu einki mistak í útrokningini av profetiska tíðarskeiðinum.Enntáteir dugnaligastu mótstøðumenninirtil rørsluna funnu ongan feil í útrokningini av spádóminum.

Uttan mótprógv við greiðum orðum úr Bíbliuni, kundu tey adventstrúgvandi ikki sleppa sannføringini, sum tey høvdu ogna sær við nærlagdaribíbliugransking undir bøn, ímeðan sinnið upplýstist og hjørtuni hitnaðu í eldhuganumog lívgevandi kraftinifrá heilaga Anda Guds.

Støðutakanin, sum tey vóru komin til, hevði verið mótstøðufør ímóti kritikki og teimum beiskastu álopunum frá umtóktum lærarum í gudfrøði og øðrum lærdum. Miller og felagir hansara høvdu staðið fastir ímóti væltalandi monnum, demagogisku kreftum, eins og at vanvirðing og háðan varð told frá bæði høgum og lágum.

Sjálvandi høvdu tey mistikið seg av hendingini sum koma skuldi, men heldur ikki tað viknaði um trúgv teirra á Guds orð.

Táið Jónas var í Nineve og boðaði, at býurin um 40 dagar skuldi ganga undir og leggjast í oyði, góðtók Gud iðran og eyðmjúkleika fólksins og longdi náðitíðina. Tó at boðskapur Jónasar var frá Gudi, var Nineve roynt eftir vilja hansara og stóð sína roynd. Adventistarnir trúðu, at Gud somuleiðis hevði leitt teir at bera ávaringina um dómin. Teir søgdu: ”Hann hevur roynt hjørtuni á øllum teimum, sum hoyrdu boðskapin og vakt antin kærleika til Harrans afturkomu ella elvt til eitt meira ella minni sjónligt hatur, sum Gud veit um. Tað setti mørk, . . . soleiðis at tey sum vildu rannsakaðu hjartað, og kundu vita við sær sjálvum, hvørju megin tey stóðu, um Harrin kom tá – og um tey høvdu rópt:”Hygg, her er Gud, sum vit bíðaðu eftir, og sum frelsti okkum!” Ella um tey vildu rópt á klettarnar og fjøllini um at detta oman yvir seg og fjala seg fyri ásjón hansara, sum situr í hásætinum, og fyri vreiði Lambsins.Vit trúgva, at Gud soleiðis hevur roynt trúnna hjá børnum sínum og sæð, um tey í einum royndartíma fóru at gevast á hondum - ella um tey vildu loysa seg frá hesum heimi í fullum áliti á orð Guds.

Kenslur teirra, sum framvegis trúðu á, at Gud leiddi tey, lýsur William Miller soleiðis: “Um eg skuldi livað lívið aftur, og prógvini framvegis vóru tey somu, sum eg hevði tá, skuldi eg fyri at vera heiðurligur ímóti Gudi og monnum, gjørt tað sama aftur, sum eg havi gjørt.” . . .“Eg vóni, at eg havi tváað blóðið hjá øðrum úr klæðum mínum.”Eg kenni á mær, at eg, so væl sum eg kundi, gjørdi meg ósekan í fordøming teirra.

Soleiðis skrivaði hesin Guds maður, og ”hóast eg tvær ferðir eri vorðin vónbrotin, eri eg hvørki fallin í fátt ella vónbrotin. – Vón mín um afturkomu Kristusar er ikki viknað.

Eg havi gjørt tað, sum eg eftir mong ár í drúgvari umhugsan sá sum heilagu skyldu mína at gera. Havi eg gjørt mistøk, eru hesi gjørd av kærleika til medmenniskju og við sannføring um ábyrgd mína ímóti Gudi.” . . .”Eitt veit eg: eg havi einans boðað tað, eg sjálvur trúði á, og Gud hevur verið við mær. Máttur hansara hevur fylgt verkinum, og tað hevur gjørt nógv gott. . . . “Tað tykist sum boðanin um afturkomuna hevur fingið fólk í túsundatali at granska hina heilagu Skriftina, so at tey við trúgv á blóð Kristusar eru sættað við Gud.”

Eg havi ongantíð tráað eftir vælvild og undurtøku frá teimum erpnu og stóru, og eri ikki fallin í fátt av vreiði teirra. Heldur ikki nú biði eg um tokka teirra ella rými frá skyldum mínum fyri at bjóða hatri teirra av. Og líka lítið vil eg biðja teir um at eira lív mítt og eg bakki ikki fyri at missa tað, um tað er vilji Guds.”

Gud sveik ikki fólk sítt. Andi hansara lá yvir teimum, sum ikki lupu framav og avnoktaðu ljósið við at fara úr adventsrørsluni. I Hebrearabrævinum finna vit lívgandi orð til teirra, sum roynd vórðu í hesari krepputíðini:”Kastið tí ikki frá tykkum dirvi tykkara – tað hevur stóra løn! Tykkum tørvar tol, so tit – táið tit hava gjørt vilja Guds – kunnu fáa tað, sum lovað er. Tí »bert so lítla stund enn, tá kemur hann, ið koma skal, og hann skal ikki drála.« Men hin rættvísi mín skal liva av trúgv, og sigst hann undan, hevur sál mín ikki tokka til hansara,”. . .”Tó – vit eru ikki av teimum, sum berast undan – til fortaping – men av teimum, ið trúgva – sálini til frelsu.”

Hendan áminningin er ætlað samkomuni á síðstu døgum. Tað sæst í orðunum, sum siga, at afturkoman er í nánd, tí »bert so lítla stund enn, tá kemur hann, ið koma skal, og hann skal ikki drála.« (Hebr 10:37)

Her er seinkanin av afturkomuni týðuliga undirskilt. Og áminningin er útløgd serliga til at vera tilætlað adventistunum til hetta mundið. Tey, sum talað verður til, vóru í einum serligum vanda fyri at missa trúnna.Tey høvdu verið Gudi lýðin og fylgt andanum og orði hansara, men tey dugdu ikki beinanvegin at síggja ætlan hansara við at gera tey vónbrotin og fóru tá at ivast í hvørja leið, tey nú skuldu ganga. Tey ivaðust við hvørt, um tað veruliga var Gud, sum hevði leitt tey.Men hesi orðini hóskaðu sera væl til tey: “Míni rættvísu skulu liva av trúgv.” Tey høvdu sæð alt so greitt, táið tað bjarta ljósið frá ”midnáttarrópinum” hevði lýst teimum leiðina, og spádómarnir lótu seg upp fyri teimum, millum annað tí tey sóu teknini um afturkomu Krists at vera í nánd. Men nú vóru tey niðurboygd og vónbrotin. Einans álitið á Gud og á orð hansara helt teimum uppi.

Allur heimurin spottaði tey og segði:“Tit eru lumpað. Avnoktið trúgv tykkara, og viðgangi at adventsrørslan var Satans verk.” Men Guds orð sigur:“Og sigst hann undan, hevur sál mín ikki tokka til hansara.”(Hebr 10:38)

Um tey nú avnoktaðu trúnna á Gud og á megi heilaga Andans, sum hevði leitt boðskapin, tá hevði tað leitt ímóti glatan. Men nú fingu tey góða styrki av orðum Paulusar:”So kasti ikki frímóð tykkara burtur ....” Tykkum tørvar treysti fyri at gera vilja Guds. Skjótt, ja skjótt kemur hann, sum koma skal, og hann drálar ikki. Tey kundu ikki gera annað enn at verja ljósið, sum Gud hevði givið teimum, halda fast við lyftir hansara, halda fram við at granska Skriftina og annars at vera úthaldandi tolin og bíða eftir meira ljósi.