Bardagin Mikli kapitel 24. Fra side 423tilbage

Hvat ger Jesus í dag?

Halgidómurin varð lykilin, sum loysti gátuna eftir vónbrotið í 1844. Hesin lykil vísti eina fult samanhangandi skipan av bíbilskum sannleikum, sum vitnaði um, at Gud hevði leitt ta stóru adventsrørsluna. Guds fólk vórðu nú greið yvir støðuna og sóu sína uppgávu. Eins og ápostlarnir aftaná ræðuligu náttina í angist og vónleysi, ”gjørdust teir glaðir, táið teir sóu Harran,” soleiðis kundu tey, sum nú í trúgv høvdu væntað afturkomuna, aftur gleða seg.

Tey høvdu væntað hann at koma í dýrd at frelsa fólk sítt. Táið vónin broyttist til vónbrot, mistu tey Jesus úr eygsjón. Eins og Maria við Jesu grøv róptu tey: ”Teir hava tikið Harra mín og eg veit ikki hvar teir hava lagt hann!” Men nú sóu tey hann aftur í trúnni. Hann var farin í tað Allarheilagsta, sum mildi miskunnsami høvuðsprestur teirra, ið skjótt vildi opinberað seg sum kongur og útfríari.

Ljósið úr halgidóminum greiddi bæði fortíð, nútíð og framtíð. Tey vistu, at Gud hevði leitt tey við fullkomu forsjón síni. Á líknandi hátt sum fyrstu ápostlarnir, høvdu tey ikki sjálv skilt boðskapin tey høvdu boðað. Og tó var hann rættur út í odd og egg. Gud vildi at tey skuldu boða hann. Og arbeiðið hevði ikki verið nyttuleyst. Tey vóru fødd av nýggjum til eina ”livandi vón” og áttu tí eina ”so ósigiliga ríka gleði, sum ikki rúmast í orðum.”

Neyvari gransking var neyðug
Boðskapurin í Dán 8:14 um, at ”2300 kvøld og morgnar” skuldu fara inntil halgdómurin aftur kom til sín rætt, skuldi reinsast, og boðskapurin hjá fyrsta einglinum: ”Óttast Gud og gev honum æru, tí dómstími hansara er komin,” eru báðir galdandi fyri tænastu Kristusar í tí Allarheilagsta í Himli og tí kanning, sum har er. Hesir profetisku boðskapirnir vóru ikki galdandi fyri afturkomuna at endurloysa sítt fólk og at oyða gudloysingarnar.

Tað var ikki útrokningin av profetisku tíðarskeiðunum, sum biltu nakað, men sjálv fatanin av hendingini, sum koma skuldi táið teir 2300 ’dagarnir’ vóru umlidnir. Hetta var grundin til at tey upplivdu eitt stórt vónbrot. Men alt tað spádda, sum tey veruliga høvdu eitt rætt grundarlag fyri at vænta, var hent. Júst táið tey kærdu seg í vónbrotinum, hendi tað, sum tann profetiski boðskapurin veruliga snúði seg um, og var neyðugt at útinna innan Jesusar afturkomu at løna tænarum sínum. (Op 22:12)

Kristus kom ikki aftur til jørðina, sum tey høvdu væntað, men fór inn í tað Allarheilagsta í templinum í Himli, soleiðis sum í Gamlatestamentis halgidómi hvønn stóra bótardag (yom kippur). Profeturin Dánjal hevur skrivað, at Kristus um tað mundið varð leiddur fram fyri hin Gamla av døgum: “Framvegis fekk eg í náttarsjónum mínum at síggja, hvussu ein, sum líkist Menniskjasyni,fór yvir til hin, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri Hann.”

Eisini profeturin Malakias spáddi, at “Eg sendi boð mítt, og hann skal gera vegin til reiðar fyri ásjón míni; og brádliga skal hann koma í tempul sítt, Harrin, sum tit søkja, sáttmálaeingilin, sum tit stunda eftir, ja, hann kemur, sigur Harrin, Gud herskaranna.”

Koma Harrans til templið hendi brádliga, og fólk hansara visti tað ikki. Tey leitaðu ikki eftir honum har. Tey væntaðu hann til jarðar ”við logandi eldi, táið hann letur koma hevnd yvir tey, sum ikki kenna Gud, og yvir tey, sum ikki eru evangelii Harra okkara Jesu Krists lýðin.”

Men fólkið var ikki til reiðar at møta Harranum. Eitt fyrireikandi arbeiði var eftir. Tey skuldu fyrst gerast medvitað um tempul Guds í Himli og táið tey í trúnni fóru við høvuðsprestinum í tænastuna har, fóru tey at síggja nýggjar skyldur at útinna. Tað skuldi boðast enn ein ávaring og leiðbeining til samkomuna.

Profeturin Malakias skrivar eisini: ”Men hvør tolir dagin, táið hann kemur, hvør verður standandi, táið hann opinberast! Tí hann er sum smeltaraeldur og vaskaraklútur. Hann skal sita og bræða og reinsað silvurið. Hann skal reinsa synir Levi og gera teir reinar sum gull og silvur, so teir kunnu bera Harranum fram offurgávur í rættvísi.”3Tey, sum liva á foldum, táið forbønstænastan er endað í halgidómi himmals, fara í eitt tíðarhvarv at standa fyri ásjón Guds uttan semingsmann at gera sátt fyri seg. Klæðir teirra skulu vera ódálkað, og lyndið reinsað við blóði Krists.Við náði Guds og egna stríði sínum, skulu tey sigra á tí ónda.Ímeðan kannandi rættaravgerðin er í Himli, og syndir teirra angrandi verða beindar burtur úr halgidóminum, skal ein serlig reinsan og fráhald frá synd vera hjá fólki Guds á jørð.Hetta sæst av boðskapinum, sum Opinberingin talar um í fjúrtanda kapitli.

Táið tað er hent, eru børn Kristusar fyrireikaði til komuna, nú“Juda og Jerúsalem roknast Harranum sum í gomlum døgum.” Tá skal samkoman, sum Harrin tekur við sær, vera ”uttan plett og rukku ... heilag og lýtaleys”og strála ”eins og morgunroðin, føgur sum mánin, rein sum sólin, øgilig sum herar undir hermerki.”

Malakias talar ikki einans um komu Harrans til templið, men eisini um afturkomuna, táið hann kemur at útinna dómin við hesum orðunum: ”Eg komi til tykkara og skal halda dóm og vera snarvitni ímóti gandakøllunum, horkøllunum og teimum, ið leggjast á løn hins daglønta mans, og sum kúga einkjuna og hin faðirleysa – og boyggja rætt hins fremmanda – og ikki óttast meg, sigur Harrin Gud herskaranna.”

Judas sá tað sama:”Um hesi var tað eisini, Enok, sjeyndi maður frá Ádami, profeteraði og segði: Harrin kemur við hinum mongu túsund heiløgu sínum at halda dóm yvir øllum og straffa øll hini gudleysu fyri øll gudleysu verk teirra, sum tey gjørdu, og fyri øll hini hørðu orð; tey talaðu ímóti honum, gudleysu syndarar teirra.”6Harrans afturkoma, ið her er umtalað, og koma hansara til templið, eru tvær ymiskar hendingar.

Koma Krists sum okkara høvuðsprestur til tað Allarheilagsta at reinsa halgidómin og Menniskjasonarins koma til ”hin Gamla av døgum”, sum Dánjal skrivar um — og Harrans koma til sítt tempul, sum Malakias lýsur, er sama hending. Umframt tað er hon eisini lýst í líknilsinum um komu brúðgómsins til brúdleypsveitsluna í Jesu líknilsi um tær tíggju brúðarmoyggjarnar.

Brúðgómurin kemur
Bæði summarið og út á heysti í 1844 varð boðað, at “brúðgómurin kemur”. Í hesari tíð sóðust eisini tveir bólkar, annar sum tær klóku moyggjarnar og hin tað øvuta, sum líknilsi í Matteus 25 avmyndar. Tann fyrri bólkurin bíðaði glaður eftir komu Harrans og gjørdi alt at fyrireika seg fyri at møta honum. Tey í hinum bólkinum vóru tikin av ótta og virkaðu bráðkveikt. Tey tóku til takkar við ástøði um sannleikan, men áttu ikki náði Guds. “Tær, sum til reiðar vóru, fóru inn við honum í brúdleypið , og dyrnar vóru latnar aftur.”

Tann her umtalaða koma brúðgómsins, hendir innan sjálvt brúdleypið. Og sjálvt brúdleypið umboðar yvirtøku Kristusar av ríkinum. Heilagi býurin, tað Nýggja Jerusalem, sum eisini er høvuðsstaðurin, er kallaður “brúðurin, kona Lambsins.” Eingilin segði við Jóhannes á Patmos: “Kom, eg skal vísa tær brúðrina, konu Lambsins! Hann fór so — í andanum — við mær niðan á stórt, høgt fjall og vísti mær hin heilaga stað, Jerusalem, ið kom niður av Himli, frá Gudi.”

Tað er tí greitt, at brúðurin er symbolið til heilaga býin, og brúðargenturnar symbolið til samkomurnar, sum ganga honum á møti. Í Opinberingini er fólk Guds umtalaði sum gestir við ein brúdleypsdøgverða.8 Sum gestir eru Guds fólk sjálvandi ikki brúðurin!

Eftir profeti í Dánjals Bók varð “einum sum líktist menniskjasyni (Kristusi) .... givið vald, heiður og ríkið” frá tí Gamla av døgum. Hann fær tá Nýggja Jerusalem, høvuðsstaðin í ríkinum, sum “er gjørdur til reiðar, pyntaður sum ein brúður fyri brúðgómi sínum.” Táið hann hevur móttikið ríkið, kemur hann aftur í allari dýrd síni sum Kongur konganna og Harri harranna at útfría fólk sítt. Og tey skulu “sita til borðs saman við Ábrahami, Ísaki og Jákupi” í himmiríki og har luttaka í brúdleypi Lambsins.

Táið boðanin í 1844 ljóðaði: “Brúðgómurin kemur, farið honum á møti,” bíðaðu fólk í túsundatali eftir komu hansara hvørja løtu. Og Brúðgómurin kom eisini til ásettu tíðina. Tað var bara ikki til jørðina, sum hesi fólk væntaðu, men til “hin Gamla av døgum” í Himli, til brúdleypið, fyri at taka ímóti ríkinum. “Tey, sum vóru til reiðar, fóru (í fluttum týdningi, in absentia) saman við honum inn til brúðleypið og hurðin varð latin aftur.” Tey skuldu ikki sjálv vera hjástødd við brúdleypið, tí tað verður hildið í Himli, meðan tey eru á jørðini. Børn Kristusar “bíða eftir Harra sínum, nær hann man fara úr brúdleypinum.”10 Men tey skulu skilja hvat hann ger og í trúnni fylgja honum standandi framman fyri Gudi. Hetta er tað, sum meint var við at fara inn til brúdleypið.

Í líknilsinum fóru tær, sum høvdu eykað olju í kannunum inn til brúðleypið. Hesar vóru tær, sum umframt bíbliukunnleikan áttu Anda og náði Guds. Í beisku royndini høvdu tær tolnar bíða og leita eftir klárari ljósi úr Bíbliuni, og sannleikin um halgidómin í Himli dagaði tá fram. Hendingin sást tá í tænastu Kristusar í Himli. Í trúnni fylgdu hesir adventistar honum nú í tænastuni. Øll, sum taka ímóti sannleika Bíbliunnar í trúgv og fylgja Kristusi, sum stigin er fram fyri Gudi “hin Gamla av døgum” at enda tænastuna við sáttargerð til at fáa ríkið, eru hesir umtalaðu brúdleypsgestir.

Í líknilsinum í Matt 22 er tann sama myndin brúkt við einum brúdleypi, og tann neyðuga kanningin áðrenn brúdleypið er heilt týðulig. Innan brúdleypið fer kongurin inn at hitta gestirnar og hann kannar um øll eru ílatin brúdleypsklæðir — sum er, at tey hava ein lýtaleysan hugburð, reinsaður hvítur í blóði lambsins.

Tey, sum ikki eru í brúdleypsklæðum, verða ikki góðtikin. Men Gud góðtekur øll, sum eru ílatin til brúdleypið og sædd virðilig at fáa lut í ríki hansara og at sita við trónu hansara. Hendan metingin (dómstímin) vísir, hvør er fyrireikaður til ríki Guds. Tað er hendan rættarliga forkanning, sum er hin síðsti parturin av tænastu Kristusar í himmalska halgidóminum.

Ikki fyrr enn kanningin er endað og øll menniskju síðani Adam, ið játtaðu seg at vera fylgjarar Kristusar, hava fingið sítt mál kannað og avgjørt, verður royndartíðin liðug og náðihurðin stongd. Tann stutta kunngerðin í líkilsinum er: “Tey, sum vóru til reiðar, gingu inn í brúdleypssalin við honum, og hurðin var latin aftur.” Hetta svarar til endan á tænastu Kristusar og til ta tíð er frelsuverkið endaliga fullført.

Opna og stongda hurðin
Tænastan í halgidóminum á jørðiniavmyndaðihana, sum seinni kom í Himlinum. Tá høvuðspresturin stóra bótardag fór inn í tað Allarheilagsta, endaði tænastan í fremra rúminum, tí Heilaga. Gud hevði sagt: ”Einki menniskja má vera í samkomutjaldinum, frá tí hann fer inn at gera bót í halgidóminum, og inntil hann kemur út aftur.”

Táið Kristus fór inn í tað Allarheilagsta at enda sáttargerðina, endaði tænastan í tí Heilaga og helt fram í tí Allarheilagsta. Táið høvuðspresturin í tí symbolsku tænastuni fór úr tí Heilaga stóra bótardag, fór hann fram fyri Gud við syndaoffurblóði fyri tey iðrandi í Ísrael. Við hesum hevði Kristus fullført ein part av sínum gerningi sum talsmaður okkara og fyri nú at byrja ein nýggjan gerning. Og við blóði sínum talar hann her enn søk okkara fyri Faðir sínum.

Hetta skiltu tey adventstrúgvandi ikki í 1844. Táið tíðin til, at tey væntaðu afturkomuna var farin afturum, hildu tey framhaldandi, at hann skjótt fór at koma. Tey hildu seg vera komin til eitt týðandi vegamót og at verk Kristusar sum talsmaðurin fyri menniskjuni hjá Gudi var endað.

Tey trúðu eisini, sum Bíbliunnar lærir, at royndartíðin fór at steðga stutt innan Jesu afturkomu. Hetta var greitt sambært teimum bíbliutekstunum, sum vísa framm ímóti einari tíð, táið menniskjuni standa við hurð náðinnar og trábiðja, banka og rópa fyri at sleppa inn, men uttan at opna verður.

Nú kom spurningurin, um hvørt tíðarhvarvið, at tey væntaðu afturkomuna, heldur markaði byrjanina til eitt annað skeið beint innan afturkomu hansara. Aftaná at hava boðað dómin, sum stóð fyri duri, hildu tey seg at hava fullført uppgávu sína, og at tey ikki longur høvdu nakra byrðu fyri at leiða syndarar til frelsu.

Skammleysi og blasfemiski atburðurin hjá teimum gudleysu tyktist at vera enn eitt prógv fyri, at Andi Guds var farin frá teimum, sum høvdu vrakað náði hansara. Alt hetta styrkti tey í trúnni um, at royndartíðin var komin at enda ella, sum tey tá søgdu tað, at ”náðihurðin var afturlatin.”

Men tey fingu størri ljós undir tí neyvaru kanningini av halgidóminum. Nú skiltu tey, at tað var rætt, at endin av teimum 2300 ’døgunum’ í 1844 var markamótið til eitt annað týðandi umskifti. Men hóast hurðin til vón og náði, sum fólk í 1800 ár høvdu havt beinleiðis atgongd til Gud við, nú var stongd, so var ein onnur hurð opnað, og syndanna fyrigeving enn bjóðað við forbøn Kristusar í tí Allarheilagsta. Ein partur av tænastuni var endaður og ein annar hevði tikið við. Enn var ein ”opin hurð” til tann himmalska halgidómin, har Kristus ger tænastu fyri iðrandi syndarar.

Nú skiltu tey orð Krists til samkomuna til júst hesa tíð, soleiðis sum tey er orðað í Opinberingini: ”Hetta sigur hin sannorðaði, sum hevur lykil Dávids, sum letur upp – og eingin letur aftur, sum letur aftur – og eingin letur upp . . . . Eg veit um verk tíni. Hygg, eg havi framman fyri tær sett opnar dyr, sum eingin fær latið aftur.”

Tey, sum í trúnni fylgja Jesusi eftir í stóra sáttarverkinum, njóta gott av millumgongutænastuni, men tey, sum vísa ljósinum frá sær, fáa einki gagn av henni. Teir jødarnir, sum vrakaðu tað ljósið, sum teimum varð givið við fyrstu komu Kristusar, og noktaðu at trúgva á hann sum heimsins frelsara, kundu ikki fáa syndafyrigeving við honum.

Meðan Jesus við egna blóði sínum fór ígjøgnum himmalska halgidómin eftir himmalferðina, fyri at hansara fylgjarar skuldu fáa gagn av sáttargerðini, stóðu teir flestu jødar eftir í kølamyrkri og hildu fram at fremja sínar nú nyttuleysu ofringar.

Tænastan, sum var í symbolum og skuggum var endað. Hurðin, sum fólk fyrr fóru um til Gud, var ikki longur opin. Jødarnir noktaðu at leita eftir honum har, sum hann var at finna – í himmalska halgidóminum. Tí komu teir ikki í samband við hann. ’Hurðin’, sum teir nýttu, var afturlatin. Teir kendu ikki Kristus sum tað sanna ofrið og einasta millumgongumannin til Gud. Tí áttu teir ongan lut í hansara millumgongutænastu.

Støðan hjá teimum vantrúgvandi jødunum lýsir væl støðuna hjá slíkum játtandi kristnum, sum eru líkasæl og vantrúgvandi ella við vilja lata eyguni aftur fyri tí gerninginum, som okkara mildi miskunnsami høvuðsprestur útinnur.

Táið høvðspresturin í symbolsku tænastuni fór inn í tað Allarheilagsta, skuldi alt Ísrael savna seg um samkomutjaldið. Í djúpasta álvara skuldu tey tá eyðmýkja seg fyri Gudi, so tey kundu verða syndafyrigivin og ikki útstoytast frá felagsskapinum.

Og tað er av enn størri týdningi hjá okkum áveruliga sáttargerðardegnum, at vit skilja tann gerningin, sum okkara høvuðsprestur nú ger í himmalska templinum og at skilja tær skyldurnar, sum vit nú hava.

Menniskjuni sleppa ikki órevsað frá at vraka Guds ávaringar. Á Nóa døgum fingu tey boðskap frá Himli, og frelsan var treytað av at taka við honum. Nú, tey vrakaðu ávaringina givin var um Nóa, varð Andi Guds tikin frá teimum og tey fórust í vatnflóðini. Á Ábrahams døgum varð náðin eisini uppi hjá teimum ógudiligu í Sodoma og Gomorra, og øll undantikið Lot, konan og tvær døtur fórust í eldregninum. Soleiðis var tað eisini á tíð Kristusar. Sonur Guds segði við vantrúgvandi jødarnar: ”Hús tykkara skal latast tykkum oyði.”

Og til endatíðina sigur álmáttigi Gud um tey, at ”afturfyri at tey tóku ikki við kærleika til sannleikan, so tey kundu verða frelst.” ….. og at ”Gud tí sendir teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini – fyri at tey skulu verða dømd, øll, sum ikki hava trúð sannleikanum, men hava havt tokka til órættvísina.” Læran er, at tá fólk vraka kunningina í orði Guds, so tekur hann Anda sín frá teimum og letur tey liva í villleiðingini, sum tey elska og velja sær.

Men Kristus virkar enn til besta fyri øll, og tey, sum leita eftir ljósinum, vilja finna tað. Hóast tey adventstrúgvandi í fyrstuni ikki skiltu tað, gjørdist tað teimum seinni greitt, so hvørt sum at Skriftin vísti teimum á ta veruligu støðuna.

Táið væntanin í 1844 ikki varð útloyst, kom ein hørð royndartíð fyri tey, sum enn hildu fast um adventstrúnna. Tað einasta tey høvdu at halda seg til var ljósið, sum leiddi tankarnar til halgidómin í Himli, tá umráddi at fáa greiðu á hvar tey stóðu.

Nøkur vrakaðu útrokningarháttin til profetisku tíðarskeiðini, og hildu uppá, at stóra ávirkanin frá heilaga Andanum, sum hevði merkt adventsrørsluna, bara var dæmonisk ella menniskjalig ávirkan. Onnur søgdu, at tað so avgjørt var Harrin, sum hevði leitt tey í farnu tíðini.

Ímeðan tey bíðaðu og vaktu, bóðu tey áhaldandi fyri at skilja vilja Guds, og gjørdust klár yvir, at teirra stóri høvuðsprestur var byrjaður eina nýggja tænastu. Og við at fylgja honum í trúnni, vórðu tey eisini klár yvir ta síðstu uppgávuna hjá samkomuni. Tey fingu nú eisini eina betri fatan av hinum fyrsta og næsta einglaboðskapinum, og vórðu samstundis fyrireikaði til at taka ímóti tí álvarsomu ávaringini frá triðja einglinum í Opinberingsins 14. kapitli, og at kunngera hana til heimin.