Bardagin Mikli kapitel 25. Fra side 433tilbage

Ćviga óbroytiliga lóg Guds

”Tempul Guds í Himli varđ nú latiđ upp, og sáttmálařrk hansara kom til sjóndar í templi hansara. Og snarljós komu, og rřddir, torur, jarđskjálvti og stórur heglingur.”1 Řrkin er í innara parti av halgidóminum í Himli, sum er tađ Allarheilagsta. Samkomutjaldiđ á jřrđini var ”ein eftirgerđ og skuggi av tí himmmalska”, og innara rúmiđ varđ bara opnađ stóra bótardag, táiđ halgidómurin skuldi reinsast.

At Guds tempul í Himli varđ opnađ og řrkin til Vitnisburđin kom til sjóndar (2 Mós 25:16), var ein kunngerđ sum peikađi ímóti 1844, táiđ tađ Allarheilagsta í Himli varđ opnađ og Kristus fór inn í tađ innara rúmiđ at fullfřra sína tćnastu.

Lóg Guds endurreist
Tey, sum í trúnni fóru aftaná Hřvuđsprestinum, táiđ hann byrjađi tćnastuna í tí Allarheilagsta, sóu řrkina. Táiđ tey av álvara fóru at granska halgidómsspurningin, gjřrdust tey greiđ yvir, at Kristus var farin í eina nýggja tćnastu. Tey skiltu, at hann nú tćnir framman fyri řrkina, og viđ blóđi sínum talar sřk syndarans.

Í řrkini á jřrđini vóru tvćr steintalvur, sum lóg Guds var skrivađ á. Řrkin var goymslustađiđ at varđveita tćr, og tađ vóru hesi tíggju guddómligu bođ, sum gjřrdu řrkina heilaga og týdningarmikla.

Táiđ templiđ varđ opnađ og řrkin kom til sjóndar, har lóg Guds er varđveitt í tí Allarheilagsta í Himli, lógarupprunin til ta, sum Gud sjálvur skrivađi viđ fingri sínum á steintalvurnar undir torudundri á Sinaj.

Lóg Guds í himmalska halgidóminum er frumfrimil til bođini, sum Gud skrivađi á steintalvurnar, endurgivnar av Móses og neyvar endurgevingar úr Himli. Tey, sum sóu hetta týđandi viđurskifti, vóru greiđ yvir, at lóg Guds er bćđi heilag og óbroytilig.

Sum ongantíđ fyrr skiltu tey nú, hvat hesi orđ Jesusar merktu: ”Tí sanniliga sigi eg tykkum: Inntil himmal og jřrđ forganga, skal ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tađ alt hevur hent.”

Lóg Guds, sum er ein opinbering av vilja Guds, er ein framsřgn av natúr Guds og má galda til ćvigar tíđir sum álítandi vitnisburđur í Himli. Ikki eitt bođ er ógildađ. Ikki ein bókstavur ella prikkur er broyttur. Sálmaskaldi sigur:”Til ćvigar tíđir, Harri, stendur orđ títt fast í Himli” . . .”Tađ, iđ hendur hansara gera, er sannleiki og rćttur; řll bođ hansara eru trúfřst.”

Miđskeiđis í 10 bođunum finna vit fjórđa bođiđ, sum tađ upprunaliga er giviđ: ”Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan! Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiđi títt; men sjeyndi dagurin er sabbatur Harrans Guds tíns; tá mást tú einki arbeiđi gera, hvřrki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trćlur tín, trćlkvinna tín, fć títt ella hin fremmandi, iđ hjá tćr er, innanfyri portur tíni. Tí í seks dagar gjřrdi Harrin himmal, jřrđ og hav, viđ řllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi hann; tí hevur Harrin signađ og halgađ hann.”

Andi Guds talađi til teirra, sum granskađu orđ hansara. Tey varnađust nú, at tey í óvitsku hřvdu brotiđ bođiđ um hvíludag Skaparans. Tey fóru síđani at kanna orsřkina til, at fyrsti dagur í viku varđ hildin ístađin fyri dagin, sum Gud hevđi halgađ. Tey funnu einki prógv í Skriftini um, at fjórđa bođ var sett úr gildi ella, at sabbaturin var broyttur. Signingin og halganin av sjeynda degnum var ongantíđ tikin aftur. Tey hřvdu ćrliga roynt at lćra vilja Guds at kenna og sóu seg hava brotiđ lóg hansara. Tey vórđu nú inniliga sorgarbundin og valdu at sýna Gudi trúskap viđ at halda sabbat hansara heilagan.

Gjřrdar vórđu ágrýtnar royndir at fáa tey at fella frá aftur hesari trúgv. Řll sóu, at um jarđiski halgidómurin var ein avmynd av tí himmalska, so var lógin í řrkini á jřrđini eisini eitt neyvt avrit av lógini, sum er varđveitt í řrkini í Himlinum. Tađ bar ikki til at góđtaka sannleikan um himmalska halgidómin, uttan eisini at góđtaka krřvini í lóg Guds — eisini tann seynda dagin sum hvíludagin, sabbatin, í fjórđa bođi. Her lá loynidómurin goymdur handan ta beisku, hřrđu og ágrýtnu mótstřđuna ímóti tí vćl skipađu tulkanini, sum vísti Kristi tćnastu í himmalska halgidóminum.

Menniskjuni royndu at lata ta hurđina aftur, sum Gud hevđi opna, og at opna ta hurđina, sum hann hevđi latiđ aftur. Men hann, sum ”letur upp, so at eingin kann lata aftur, og letur aftur, so at eingin kann lata upp,” hevur sagt: “Hygg, eg havi frammanfyri tćr sett dyr opnar, sum eingin fćr latiđ aftur.”

Kristus hevđi latiđ ‘hurđina’ upp til tćnastuna í tí Allarheilagsta í Himli og nú strálađi ljós út ígjřgnum ‘opnu hurđina’ og lýsti greitt á, at tađ fjórđa bođiđ eisini er ein partur av varđveittu lógini í řrk Himmals. Tađ, sum Gud hevur sett í gildi, kann einki menniskja broyta ella kollvelta.

Tey, sum sóu ljósiđ fella á Kristi millumgongutćnastu og óbroytiligu lóg Guds, funnu eisini hesar sannleikar umrřddar í Opinberingsins fjúrtandi kapitli, sum hevur trífaldađa einglabođskapin, iđ skal fyrireika ćtt Adams til Harrans afturkomu.

Varskógvarnir í Opinberingini
Orđini, at ”nú er dómstími hansara komin,” vísa til ta síđstu frelsutćnastu Kristusar fyri menniskju. Orđini eru sonn, og skulu bođast líka til sáttartćnasta Krists fyri frelsu teirra útvaldu er liđug og hann kemur at taka břrn síni heim.Hendan dómsins tilgongd, sum byrjađi í 1844, skal halda fram til řll mál eru avgreidd, bćđi fyri tey deyđu og fyri tey, iđ enn liva. Tí heldur hesin ”dómstími” fram líka til náđitíđin er endađ.

Fyri at menniskjuni skulu fyrireika seg til at standa seg í dóminum ljóđar bođskapurin eisini: ”Óttast Gud og gev honum ćru! . . . Tilbiđ hann, sum hevur skapt himmalin og jřrđina, haviđ og vatnkeldurnar!” Tey, sum taka viđ bođskapinum og trúgva hesum, eru . . . . tey heilagu, sum halda fast viđ bođ Guds og trúnna á Jesus! Skulu vit vera til reiđar til dómin, mugu vit vera lóg Guds lýđin og hava trúnna á Jesus (Jesu trúgv.) Paulus skrivađi: “Řll, iđ syndađ hava uttan lóg, skulu eisini fortapast uttan lóg; og řll, iđ hava syndađ undir lóg, skulu verđa dřmd viđ lóg ..... tann dag Gud skal dřma hitt dulda hjá menniskjunum eftir evangelii sínum.” Og: ”Lógarinnar gerarar skulu rćttvísgerđast.”Eisini er trúgvin neyđug fyri at halda lóg Guds, tí ”uttan trúgv er ikki gjřrligt at vera Gudi tokkaligur.” Og ”alt, iđ ikki er av trúgv, er synd.” . . . ”Tađ, sum lógin ikki var ment at gera, . . . tađ gjřrdi jú Gud.”

Tann fyrsti eingilin í nevnda kapitli biđur menniskjuni óttast og ćra Gud, og tilbiđja hann, sum skapti, Skapara himmals og jarđar. Gera tey tađ, verđa tey eisini lógini lýđin. Vísmađurin sigur: “Óttast Gud og hald bođ hansara! Tí tađ eigur hvřrt menniskja at gera!” Og Paulus skrivar, at uttan lýdni ímóti bođum Guds, toknast eingin tilbiđjan Gudi dámlig. Og Jóhannes ápostul skrivar. . . “Hetta er kćrleikin til Gud, at vit halda bođ Hansara.” . . .Og Orđatřk Salomons lćra tađ sama: “Tann, iđ vendir oyra burtur frá lógini – um tađ so er břn hansara, er hon andstygd.”

Táiđ vit tilbiđja Gud, so er tađ tí hann er Skaparin og gav řllum skapningum lív. Allastađni í Bíbliuni er skaparamátturin nevndur og kraviđ um at tilbiđja hann heldur enn gudar heidninganna. ”Tí allir gudar tjóđanna eru einki, men Harrin er tann, iđ hevur gjřrt himmalin.” . . . ”Hvřnn ćtla tit at líkna meg viđ, so eg skuldi veriđ sum hann? — sigur hin Heilagi! Lyftiđ eygum tykkara móti hćddini og hyggiđ! — Hvřr hevur skapt alt hetta? Tađ er hann, iđ fřrir her teirra út í ásettum tali og rópar tey řll viđ navni; so stór er kraft og veldi hansara, at ikki eitt saknast!” . . .

”Tí so sigur Harrin, sum skapti himmalin, hann, sum er Gud. Hann, sum virkađi jřrđina og gjřrdi hana. Hann, sum grundfesti hana — ikki til at liggja í oyđi skapti hann hana, nei, til bústađ hjá fólki virkađi hann hana — Eg eri Harrin og eingin annar!” . . . Og Sálmaskaldiđ sigur: ”Kenniđ, at Harrin er Gud! Hann skapti okkum; vit eru hansara, fólk hansara og fylgi, iđ hann rřktar.” . . . Teir heilagu skapningarnir, sum tilbiđja Gud í Himmalinum, siga eisini grundina fyri at ćra og hylla hann: ”Komiđ, latiđ okkum falla niđur og boyggja okkum, latiđ okkum falla á knć fyri Harranum, skapara okkara!” . . . ”Verdur ert tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiđur og mátt! Tí tú hevur skapt alt, og tí tú vildi tađ, varđ tađ til.”

Skaparin og hvíludagurin
Í Opinberingini fjúrtan verđa menniskjuni mćlt at tilbiđja Skaparan og tann sama profeti umtalar ein bólk, sum heldur bođ Guds sum avleiđing av hesum trífaldađa bođskapi. Ein av hesum einglabođskapum vísir beinleiđis til Skaparan. Og tađ fjórđa bođiđ sigur: ”Sjeyndi dagurin er sabbaturin fyri Harran Gud tín . . . tí í seks dagar skapti Harrin himmalin, jřrđina og havi og alt, sum í teimum er; men hin sjeynda dagin hvíldi hann. Tí signađi Harrin hvíludagin og lýsti hann halgan.”

Um sabbatarnar sigur Harrin eisini, at teir eru ”eitt tekin millum meg og tykkum, fyri at tit skulu vita, at eg, Harrin, eri Gud tykkara.” Og grundin er hendan: ”Tí í seks dagar skapti Harrin himmal, jřrđ og hav, viđ řllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi hann; tí hevur Harrin signađ sabbatsdagin og halgađ hann.”

Týdningurin av sabbatinum sum minnisvarđi um Skaparan, er, at sabbaturin eina vísur á veruligu grundina til at tilbiđja Gud. Hann er Skaparin og vit eru skapningar hansara. ”Sabbaturin er ein partur av sjálvum grundarlagnum í tilbiđjanini, tí hann vísir hendan stóra sannleikan meira sannfřrandi enn nakađ annađ. Tađ veruliga grundarlagiđ til alla gudsdyrkan, ikki einans hin sjeynda dagin, men í heilataki, síggja vit í muninum millum Skaparan og skapningar hansara. Hendan sannroyndin kann ikki firnast og skal ikki gloymast.”

Fyri at menniskjuni altíđ skuldu verđa mint á hendan sannleikan, setti Gud longu í Eden sabbatin í gildi. Eins leingi og tađ er satt, at hann er skapari okkara, eins leingi heldur orsřkin fram at tilbiđja hann. Um řll hildu sabbatin, hřvdu řll allastađni vent sínum tonkum og kenslum móti Skaparanum í gudsótta og tilbiđjan. Avgudadyrkan og gudloysingar, kalla tađ ateistar ella ”fríteinkjarar”, hřvdu ikki veriđ til.

GUDS HEILAGA LÓG
Soleiđis gav Gud sjálvur ta óbroytiligu og ćvigu framsřgnina um natúr sína og ćtlan sína fyri menniskjuni. Her avskrivađ frá Ađru Mósibók 20:3-17, sum uppgjřrdu 10 bođini.

I. Tú mást ikki hava ađrar gudar enn meg.
II. Tú mást onga skurđmynd gera tćr, ei heldur nakra mynd, av tí, sum er uppi í himli, av tí, sum er niđri á jřrđini, ella av tí, sum er í vatninum undir jřrđini; tú mást ikki tilbiđja og dýrka tađ; tí eg, Harrin Gud tín, eri álvarsamur Gud, sum líka í triđja og fjórđa liđ straffar břrnini fyri misgerđir fedranna, tey, iđ hata meg, men í túsund liđ ger miskunn móti teimum, iđ elska meg og halda bođ míni.
III. Tú mást ikki misbrúka navn Harrans Guds tíns; tí Harrin letur ikki tann óstraffađan, sum misbrúkar navn hansara.
IV. Minst sabbatsdagin, so tú heldur hann heilagan! Seks dagar skalt tú virka og gera alt arbeiđi títt; men sjeyndi dagurin er sabbatur Harrans Guds tíns; tá mást tú einki arbeiđi gera, hvřrki tú sjálvur ella sonur tín, dóttir tín, trćlur tín, trćlkvinna tín, fć títt ella hin fremmandi, iđ hjá tćr er, innan fyri portur tíni. Tí í seks dagar gjřrdi Harrin himmal, jřrđ og hav, viđ řllum, sum í teimum er, men sjeynda dagin hvíldi hann; tí hevur Harrin signađ og halgađ hann.
V. Ćra Fađir tín og móđur tína so tú kanst fáa langt lív í landi Harrin Gud tín gevur tćr!
VI. Tú mást ikki drepa.
VII. Tú mást ikki dríva hor.
VIII. Tú mást ikki stjala.
IX. Tí mást ikki bera rangan vitnisburđ móti nćsta tínum.
X. Tú mást ikki girnast hús nćsta tíns, tú mást ikki girnast konu nćsta tíns, ei heldur trćl hansara, trćlkvinnu hansara, neyt hansara, esil hansara ella nakađ, iđ nćsti tín eigur.

”Drekin” og ”djóriđ” brúka noyđslu
Řvugt av teimum, iđ geva bođum Guds gćtur og bćđi eiga trúnna á Jesus og sum Jesus, so vísur triđi eingilin í Opinberingini fjúrtan til ein annan bólk av menniskjum, sum fćr eina sera álvarsama, ja rćđuliga ávaring, orsaka av teirra mistaki í sjálvssviki: ”Triđi eingilin fylgdi aftaná teimum; hann segđi viđ harđari rřdd: »Tilbiđur onkur dýriđ og mynd tess — tekur hann merkiđ á pannuna ella á hondina — so skal hann drekka av vreiđivíni Guds, sum óblandađ er skonkt í vreiđibikar hansara10 Skulu vit skilja bođskapin, so er neyđugt at vit skilja brúktu symbolini. Hvat er meint viđ ”djóriđ”, viđ ”myndina” og viđ ”merkiđ”?

Hesar myndir byrja í Opinberingini tólv viđdrekanum, sum royndi at drepa Jesus stutt eftir fřđingina og vit fáa at vita, at“drekin er Satan.”Tađ var hann, sum eggjađi Heródesi at drepa Frelsaran. Men mest týđandi ambođ Satans í bardaganum ímóti Jesusi og viđhaldsfólki hansara fyrstu řldir viđ kristindómi var heidna Romaríkiđ. Soleiđis er drekin fyrst og fremst ein mynd av Satan, men í fluttum týdningi eisini eitt ávíst rćđuligt djór, sum er ein mynd og tekin fyri tađ heidna Rom.

Í Opinberingini trettan lesa vit um eitt annađ dýr, sum “líktist leopardi” og drekin gav tí “sín mátt, sína trúnu og stórt vald.”Flestu protestantar hava mett hetta dýr at ímynda pávadřmiđ, sum arvađi bćđi kraftina, trúnuna og valdiđ, sum tađ gamla Romaríkiđ átti.

Um hetta leopardlíknandi dýr er skrivađ, “at tí varđ giviđ munn at tala stór orđ og spottanir.” . . . “Og tađ opnađi sín munn til spottan móti Gudi, til at spotta hansara navn og hansara bústađ, og tey, sum búgva í Himlinum.Og tađ var giviđ tí at fřra kríggj ímóti hinum heilřgu og at sigra yvir teimum; og tađ varđ giviđ tí vald yvir řllum ćttarbólkum og tungumálum og fólkaslřgum.” Hesin spádómurin svarar neyvt til lýsingina av tí lítla horninum í Dánjals sjeynda kapitli, sum óiva vísir til pávadřmiđ.

Og tí varđ giviđ vald at halda á 42 mánađir.Profeturin segđi: “Eg sá at eitt av hřvdum tess varđ sćrt til deyđa.” . . . og . . .”Um nakar vil koyra onnur í fangahús, so verđur hann sjálvur fongslađur; um nakar drepur viđ svřrđi, so verđur hann sjálvur dripin viđ svřrđi.”Teir 42 mánađirnir er tađ sama sum “ein tíđ og tvćr tíđir og ein hálv tíđ,” sum er hálvtfjórđa ár ella 1260 dagar (Dánjal 7). Hetta er tann umtalađa tíđin, táiđ pávadřmiđ serliga illa skuldi kúga fólk Guds.Hetta skeiđ byrjađi í 538 e.Kr., tá pávin vann alt valdiđ í Rom, og vardi til 1798 e.Kr., táiđ pávin varđ tikin fangi av heri Napoleons Bonaparte. Pávaveldiđ varđ tá deyđiliga sćrt, og spádómurin gingin út: ”um nakar vil fřra onnur í fangaskap, skal hann sjálvur takast fangi.”

Eitt heimsveldi tekur seg upp
Her mřta vit einum nýggjum symboli. Um tađ sigur profeturin: ”Og eg sá dýr koma upp úr jřrđini; tađ hevđi tvey horn eins og lamb, og tađ talađi sum dreki.”Bćđi útsjóndin og tađ, at tađ steig upp úr jřrđini, vísir, at talan eru um eitt ríki, sum er heilt ymiskt frá teimum tjóđum, sum ađrar myndir hava víst.“Dánjal tók til orđa og segđi: Eg hevđi um náttina sjón, og í hesi sjón sá eg, hvussu teir fýra vindar himmalsins řstu upp hitt stóra hav.”

Í Opinberingsins seytjanda kapitli greiđir ein eingil frá, at vřtnini merkja fólkahaviđ:“Hann segđi viđ meg: »Vřtnini, iđ tú sást – har sum skřkjan situr – eru fólk, skarar, fólkaslřg og tungumál«”11Vindarnir ímynda stríđ og kríggj. Himmalsins fýra vindar, sum řsa haviđ upp, ímynda rćđulig kríggj og kollveltingar, sum góvu tjóđunum valdiđ.

Men djóriđ líknandi einum lambi varđ ikki stovnađ tjóđ á vanliga háttin, viđ at hertaka eitt annađ vald, men var bygt upp so líđandi og friđarliga. Tí kundi hendan tjóđin, sum er sett fram sum eitt “lamb viđ tveimum hornum stíga upp úr jřrđini” - ikki koma í tí gamla og fjřlbygda řkinum, hinum stríđandi heiminum viđ eini langari sřgu – hetta řsta “hav av řllum tjóđum, ćttum, tungumálum og fólkum.” Her mátti tí leitast yvir á vestaru hálvkúluna.

Hvřr var tjóđin í “nýggja heiminum”, sum byrjađi at fáa vald umleiđ í 1798? Og hvřr tjóđ fekk střđugt střrri ríkidřmi og veldi og vakti stóran ans út um allan heimin? Myndin viđ tí lambslíknandi djórinum gevur lítlan mřguleika at ivast! Tí bert ein tjóđ svarar niđur í smálutir til spádómin. Alt vísir á sameindu amerikansku statirnar.

Ferđ eftir ferđ eru tankar og orđ profetisins ótilvitađ nýtt av talarum og sřgufrřđingum, táiđ teir lýstu framburđin og vřksturin hjá hesari ungu tjóđini. Djóriđ sást “stíga upp úr jřrđini,” og sambćrt málfrřđingum merkir grikska orđiđ fyri at “stíga upp úr jřrđini” orđarćtt, at “koma upp ella vaksa upp sum ein planta.”

Sum vit longu hava sćđ, so má umrřdda tjóđin koma upp í einum higartil ikki hertiknum landařki. Ein viđurkendur hřvundur, sum skrivađi um menningina í USA, viđgjřrdi »loyndarfullu framkomu tessúr tí tóma rúmi,« og sigur, at»sum eitt ómćlandi frć vuksu vit upp og gjřrdust til eitt stórveldi«.”

Eitt evropeiskt dagblađ umrřddi í 1850 U.S.A. sum eitt undurfagurt ríki, sum “kom upp úr jarđarinnar kvirru” og “řkti so líđandi bćđi vald og stórleika sítt.”

Borgarligt frćlsi og trúarfrćlsi
Táiđ Edward Ewerett talađi um pílagrímarnar, sum grundađu sambandstjóđina USA, segđi hann millum annađ: ”Her leitađu tey eftir einari fjarskotnari og tryggari flřtu fyri seg sjálvan, har tann lítla samkoman úr Leyden kundi njóta trúarfrćlsi? Hygg at teimum veldigu víddunum, har niđursetufólkini tóku land ... og bóru krossins merkiđ!”

“Tađ hevđi tvey horn og var sum eitt lamb.” Hendan lýsing bendir á ungdóm, sakloysi og blídni – eginleikar sum eitt lamb – og eginleikar sum sermerktu USA, táiđ profeturin sá tađ “stíga upp” í 1798. Millum tey kristnu, sum leitađu sćr yvir um hav til Amerika at finna sćr skjól og sleppa sćr undan kúgan konganna og ótolsemi prestanna, vóru mong, sum vildu stovna eitt egiđ stýri grundađ á borgarligt frćlsi og átrúarfrćlsi.

Sjónarmiđ teirra vórđu fest á blađí Frćlsisyvirlýsingin í 1776, sum sigur tann stóra sannleikan, at “řll menniskju eru fřdd javnlík” og at řll hava ómissandi rćtt til “lív, frćlsi og stremban eftir eydnu.” Og stjórnarskipanin frá 1789 tryggjar fólkinum rćttin til sjálvstýri, har fólkavald umbođ skulu samtykkja ogumsita lógirnar.

Trúarfrćlsiđ varđ eisini tryggjađ í stjórnarskipanini. Ein og hvřr kundi tilbiđja Gud sambćrt egnu samvitsku síni. Lýđveldiog protestantisma var tjóđargrundreglan. Hendan stýriskipanin skapti eitt dygdargott střđi til vald og vćlferđ. Kúgađ fólk úr řllum tí kristna heiminum leitađu sćr til landiđ viđ vónum og vćntanum. Fólk í milliónatali hava funniđ sćr skjól her, og tađ skerst ikki burtur, at USA í dag er heimsins máttmiklasta tjóđ.

Men lambiđ viđ tveimum hornum “talađi sum dreki” . . .”Tađ útinti alt vald hins fyrra dýrs – fyri eygum tess; og tađ ger, at jřrđin og tey, sum á henni búgva, tilbiđja hitt fyrra dýriđ, hvřrs ólívsár varđ grřtt . . . og tađ villleiđir tey, sum á jřrđini búgva; tađ sigur viđ tey, sum á jřrđini búgva, at tey skulu gera mynd av dýrinum, iđ fekk sáriđ av svřrđinum – og livdi aftur.”

”Lambiđ” og ”drekin”
Lambshornini og drekarřddin vísa stóran mótsetning ímillum orđ og gerđir hjá tí tjóđ, sum lýst er viđ hesum symbolum. Ein tjóđ talar ígjřgnum sína lóggávu og sína rćttarskipan. Soleiđis fer hendan tjóđin at leypa frá sínum frísinnađu og friđarligu grundreglum í sínari stjórnarskipan. Profetiin um, at hon ”talar sum ein dreki” og skuldi nýta ”alt tađ valdiđ, sum var frá tí fyrra dýrinum,” vísir greitt, at hendan tjóđin vil broyta seg at gerast eitt ótolsamt og jagstrandi vald eins og tann tjóđin, sum lýst var viđ drekans og leopardsins symbolum.

Útsřgnin um, at djóriđ viđ tveimum hornum ”fćr alla jřrđina at tilbiđja tađ fyrsta dýriđ,” vísir, at hendan tjóđin fer at nýta sín myndugleika til at noyđa ígjřgnum eina ella ađra viđtřku, sum fer at verđa ein hylling av pávadřminum.

Ein slík gerđ vil vera ímóti ”lambsins” stýrislagi, tess fríu stovnum og teimum greiđu og týđuligu skyldum, sum skrivađar eru í Frćlsislýsingina og í Stjórnarskipanina.

Grundleggjararnir til hesa tjóđ vóru nóg klókir til at forđa kirkjuni til at nýta tađ borgarliga valdiđ, sum sjálvandi vildi giviđ stórt ótolsemi og forfylging. Stjórnarskipanin sigur beint út, at ”kongressin ikki skal gera nakra lóg um innfřrdan átrúna ella banna fríari útinnan av trúnni – tađ er fult samvitskufrćlsi” og at ”hugburđurin til eina religión ongantíđ skal kunna vera einum manni forđingin fyri at gera seg skikkađan til eitt alment starv í USA.”

Einans viđ greitt at seta hesar trygdir um frćlsini til viks í tjóđini, kunnu teir borgarligu myndugleikarnir geva religiřsa bođskipan. Men slíkar gerđir eru ikki meiri sjálvmótsigandi enn symboliđ er í Opinberingini trettan – har djóriđ viđ lambshornum er reint og óskyldugt á at líta, og tó fer at tala viđ drekarřdd.

”Tađ sigur viđ tey, sum á jřrđini búgva, at tey skulu gera eina mynd av djórinum.” Hetta bendir á eitt stýrisslag viđ lóggevandi valdinum hjá fólkinum og er eitt eyđsýnt prógv afturat fyri, at USA er tann tjóđin, sum hendan profetiin talar um.

Men hvat meinast viđ ”myndina at ćra djóriđ” og hvussu sćr hon út? Avmyndina ger tađ tvíhirnta lambiđ, USA (Ein tvíflokka politisk skipan dominerar USA, og horn umbođa vald í Bíbliuni, ums.). Myndin, sum tađ ger, er ”avmynd djórsins”. Og fyri at kenna hesa myndina aftur, er neyđugt at kanna eginleikarnar hjá tí upprunaliga dýrinum – pávadřminum.

Táiđ tann fyrsta kirkjan fór av lagi, tí hon slepti tí reina og einfalda gleđibođskapinum, tók hon viđ heidnum siđum og misti bćđi anda og mátt Guds. Hon kendi seg noydda til at taka viđ stuđli frá verđsliga valdinum. Úrslitiđ gjřrdist pávadřmiđ, ein kirkja, sum ráddi yvir kongum og keisarum og misnýtti vald sítt til at fremja egnar ćtlanir og ikki minst viđ at revsa púra ósek menniskju sum “áskođanarsvíkar, rangtrúgvin og trúarvillingar.”

Skal USA gera eina avmynd av djórinum, má eittátrúnađarligt vald fara at ráđa yvir tí borgarligu leiđsluni í ein slíkan mun, at kirkjan kann nýta heimildir statsins til at fremja sínar egnu ćtlanir. “Eg sá nú annađ dýr koma upp úr jřrđini; tađ hevđi tvey horn eins og lamb, og tađ talađi sum dreki.

Tađ útinnir vald hins fyrra dýrs - fyri eygum tess; og tađ ger, at jřrđin og tey, sum á henni búgva, tilbiđja hitt fyrra dýriđ, hvřrs ólívssár varđ grřtt. (Vatikanstaturin kom í 1929)

Tađ ger stór tekin, so at tađ enntá fćr eld at falla niđur av himli á jřrđina fyri eygum menniskjanna.”

Frćlsiđ í vanda
Hvřrja fer at kirkjan fekk verđsligt vald, nýtti hon tađ til at revsa tey, sum viku frá í lćru hennara. Protestantisku kirkjurnar, sum nýttu romakirkjuna til fyrimynd og sameindu seg viđ tađ verđsliga valdiđ, nýttu júst sama háttin til at avmarka trúarfrćlsiđ. Eitt dřmi um tađ er, at enska kirkjan leingi jagstrađi řrđvísi trúgvandi. Í 15. og 16. řld vórđu í túsundatali av fríkirkju prćdikantum noyddir til at fara út úr sínari samkomu. Nógv, bćđi prestar og leik, vórđu dřmd til břtur, fongsul og blóđvitnisdeyđa.

Tađ var fráfalliđ sum fekk ta fyrstu kirkjuna at leita sćr hjálp frá statinum, og tađ legđi lunnarnar undir pávakirkjuna sum ”djóriđ í Opinberingini.” Paulus skrivar: ”Fyrst má fráfalliđ koma, og syndamađurin siga fram, fortapingarsonurin.” Fráfall innan kirkjuna skuldi sostatt eisini slóđa vegin fyri ”mynd djórsins í Opinberingini.”

Bíblian lćrir eisini, at innan Harrans afturkomu, fer fráfall at koma av sama slagnum, sum merkti tćr fyrstu kristnu řldirnar: “Men hetta skalt tú vita, at á síđstu dřgum skulu koma torfřrar tíđir. Tá skulu menniskjuni vera góđ viđ seg sjálv, peningakćr, geiparar, hugmóđig, spottarar, foreldrum ólýđin, ótakksom, vanheilřg, kćrleiksleys, óálítandi, baktalandi, ófráhaldandi, ómild, uttan kćrleika til hitt góđa, svikafull, hugsanarleys, uppblást, slík, sum elska lystir sínar meira enn tey elska Gud, tey skulu eitast at óttast Gud, men avnokta kraft gudsóttans.”. . . og

”Andin sigur beint fram, at á komandi tíđum skulu nřkur falla frá trúnni og halda seg til villleiđandi andar og lćrdómar ilra anda.”Tí Satan virkar ”viđ řllum mátti í lyginnar makt, teknum og undrum og viđ řllum órćttvísins forfřringum.”Og řll, sum “ikki tóku ímóti sannleikanum, so tey kunnu verđa frelst” skulu latast í valdiđ hjá villleiđandi valdinum, “so tey trúgva lygnini.”Táiđ hendan gudleysa střđan er vorđin veruleiki, verđur úrslitiđ tađ sama sum í teimum fyrstu řldunum.

Stóra margfeldni innan protestantiskar kirkjur verđur av mongum hildiđ at vera prógv fyri, at tađ ongantíđ aftur koma royndir at noyđa fólk til bara eina trúarjáttan. Men í nógvum samkomum hevur í mong ár veriđ ein střđugt vaksandi hugur til at samskipa felags trúarsetningar. Skal ein slíkur felagsskapur gerast veruleiki, er neyđugt at steđga řllum orđaskifti um tey evnini, sum ikki řll eru samd um – og uttan mun til, hvussu týđandi evniđ er frá einum bíbilskum sjónarmiđi.

í 1846 helt Charles Beecher eina prćdiku, har hann millum annađ bar fram, at bođanin frá řllum “teimum evangelisku protestantisku trúarsamfelřgunum, ikki einans er undur stórum trýsti frá menniskjansligum ótta; men at bođberar orđsins liva, ferđast og anda í einum spiltum umhvřrvi, sum alsamt talar til lćgri síđir av sinnlagnum og roynir at fáa teir at taka broddin av sannleikanum og at boyggja knř fyri valdi fráfalsins. Hendi ikki tađ sama í Rom? Taka vit ikki viđ eftir teimum? Og hvřrji útlit eru fyri stavn? Hvat síggja vit fyri okkum? Nýggjan kirkjufund? Eitt heimskonvent? Evangeliska samskipan í felags trúarjáttan?”18 Táiđ komiđ er undur land, varir ikki leingi til teir eisini faraat tryggja eitt fullkomiđ samsvar viđ eittans stevnu, og tá byrjar valdsnýtslan aftur.

Táiđeydnast er teimum střrru kirkjunum í USA, sum longu eru samdar um nógvar trúarsetningar, at fáa statsvaldiđ at noyđa sínar skipanir inn yvir onnur, hevur protestantiska Amerika gjřrt eina mynd av romverska prestaveldinum, avmynd djórsins. Og ikki slepst tá undan úrslitinum, at řđrvísi hugsandi verđa dřmd eftir revsilógini.

Djóriđ viđ tveimum hornum “.... fćr řll, bćđi smá og stór, bćđi rík og fátćk, bćđi frćls og trćlir, til at lata seta sćr merki á hřgru hond ella á pannuna, so at eingin skal kunna keypa ella selja uttan tann, í hevur merkiđ, navn dýrsins ella tal navns tess.”

Triđi eingilin segđi ávarandi: “Um nakar tilbiđur djóriđ og tess mynd og tekur tess merki á sína pannu, ella á sína hond, so skal hann drekka av Guds vreiđivíni”.Tađ umtalađa djóriđ í hesum bođskapinum er tađ tvíhornađa lambiđ, sum reglufast noyđir heimin at tilbiđja tađ leopard líknandi djóriđ í Opinberingini trettan – pávadřmiđ. Myndin viđ tí tvíhyrnta dýrinum vísir tí til ta fráfalnu protestantismuna, sum avdúkar seg, táiđ protestantiskar kirkjur fáa hjálp frá statinum til at noyđa sínar lćrur ígjřgnum. Hvat “djórsins merki”er, skal verđa vent aftur til.

Harđveldis samleikin í djórsins merki
Aftaná varskógvanina um ikki at tilbiđja djóriđ ella avmynd tessskrivar Jóhannes.”Her rćđur um tol hinna heilřgu, sum halda fast viđ bođ Guds og trúnna á Jesus!” Nú verđa tey, sum halda fast viđ bođ Guds, sett upp sum mótsetningur til tey, sum tilbiđja djóriđ og mynd tess viđat taka á seg samleika tess í merkinum. Og so má tann avgerandi munurin ímillum tey, sum tilbiđja Gud, og tey, sum tilbiđja tađ varskógvađa djóriđ í Opinberingini vera tann, at tey fyrr nevndu halda fast viđ lóg Guds, ímeđan tey seinnu vanćra hana.

Djóriđ og tess avmynd eru eyđmerkt viđ at bróta bođ Guds. Um hitt lítla horniđ, pávaveldiđ, sigur Dánjal, at tađ: “skal hava í huga at broyta tíđir og lóg.”

Paulus nevnir hettar veldi, sum hevjar seg upp um Gud, fyri “syndamađurin” og ”lógloysins menniskja”. Spádómar Dánjals og Paulusar styđja hvřnn annan. Einans viđ at broyta Guds lóg fćr pávadřmiđ hevjađ seg upp um Gud. Hvřr einstakur, sum tilvitađ heldur broyttu lógina, ćrar viđ hesum tađ veldi, sum broytingina hevur framt. At gera eftir lógum pávans er eitt tekin um trúskap ímóti pávanum, heldur enn ímóti Gudi.

Pávaveldiđ hevur roynt at broyta lóg Guds. Annađ bođiđ, sum bannar allari myndatilbiđing, er tikiđ burtur. Katolikkar lćra hvat řđrum bođi viđvíkur, at tađ er óneyđugt, tí tađ er viđ í fyrsta bođnum. Teir siga seg bera fram lógina júst sum Gud vildi. Men hetta kann ikki vera tann broytingin, sum profeturin spáddi til “tíđina”. Hann vísti til eina av fullum avráddum hugi roynda broyting, viđ at ”hann skal seta sćr fyri at broyta tíđir og lóg.”(Dán 7:25b) Her kemur fjórđa bođiđ í ljósmála, tí tađ “erbroytt” soleiđis, at fyrsti dagur í vikuni er valdur til hvíludag ístađin fyri sjeynda dagin. Hendan í Bíbliuni óheimilađa broyting av4. bođnum uppfyllir tí hesa profeti. Broytingin grundar seg einans árćndan myndugleika hjá kirkjuni, ogtađ er eyđsćđ, at pávaveldiđ viđ hesum hevjar seg upp um Gud.

Samstundis at tilbiđjarar Guds eru serliga eyđkendirviđ at halda fjórđa bođ til minnis um skapanarmátt Guds og tí tađ vitnar um rćtt hansara til tign og heiđur,so eru tilbiđjarar dýrins eyđkendir fyri at tilbiđja mynd djórsins og herviđ teir royna teir tí at ríva niđur minnisvarđa Skaparans, sabbatin, og fyri heldur at hevja tađ upp, sum romakirkjan stovnađi.

Tađ var fyri at vinna sunnudegnum frama, at tađ ósmćdna pávaveldiđ ynskti sunnudagslógir (Halgidagslógin í Fřroyum). Hetta hendi fyrstu ferđviđ at pávaveldiđ vendi sćr til statsveldiđ fyri at noyđa fólk at halda sunnudag sum “Harrans dag”. Men Bíblian sigur, at Harrans dagur er hin sjeyndi dagurin og ikki fyrsti dagurin. Kristus segđi:”Tí er Menniskjasonurin Harri sabbatsins viđ.” Og viđ Esajasi kallar Harrin sabbatin »mín halgidag«. . . “Táiđ tú kallar sabbatin gleđi, kallar tú heilaga »dag Harrans« heiđursdag.”

Sagt er at Kristus broytti sabbatin, men tađ mótprógva egnu orđ hansara:Hugsiđ ikki, at eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma. Tí sanniliga sigi eg tykkum; Inntil himmalin og jřrđin forganga, skal ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrr enn tađ alt hevur hent. Hvřr tann, sum tí brýtur eitt hitt minsta av hesum bođum og lćrir menniskju so, skal kallast hin minsti í ríki himmiríkis; men tann, iđ heldur tey og lćrir tey, skal kallast stórur í ríki himmiríkis.”

Ein sannroynd er, at flestu protestantar viđganga, at Bíblian ikki heimilar at broyta sabbatin.Tađ stendur greitt í bóklingum, sum verđa útgivnir av“The AMERICAN Tract Society” og “The American Sunday School Union. Í einum av teimum er skrivađ: “Nýggjatestamenti hevur onga áseting um sunnudag sum hvíludag ella ásetingar um, at hann skal haldast heilagur.

Ein annar bóklingur sigur: “Fyri deyđa Krists varđ einki gjřrt viđ at broyta dagin.” Og legđi afturat: “At síggja til í skriftligum vitnisburđum, góvu teir (ápostlarnir) ..... als einki bođ um, at sjeyndi dagurin skuldi vrakast sum sabbaturin, ella at fyrsti dagurin í vikuni skuldi haldast ístađin fyri hin sjeynda dagin”

Katolikkar viđganga, at tađ var kirkjan, sum broytti sabbatin. Teir siga, at teir protestantarnir, sum halda sunnudag, viđ tí viđurkenna valdiđ hjá katólsku kirkjuni. Í “katólskari katekismus” verđur spurningurin svarađur, um hvřr dagur skal haldast í lýdni ímóti fjórđa bođi (3. bođ teirra), soleiđis: ”Vísandi til gomlu lógina var leygardagurin halgađur; men kirkjan, sum var lćrd av Jesusi Kristi og leidd av Anda Guds, hevur ásett sunnudagin í stađin fyri leygardagin; so nú halda vit heilagt fyrsta dagin og ikki sjeynda dagin. Sunnudagur merkir og er nú dagur Harrans.”

Sum tekin um myndugleika katólsku kirkjunnar vísa katólskir hřvundar á, at ”sjálv broytingin, har sunnudagurin varđ gjřrdur til sabbat, verđur góđtikin av protestantum ...... og tađ prógva teir sjálvir viđ at halda sunnudagin. Teir viđurkenna soleiđis rćtt kirkjunnar til at seta inn halgidagar, til at krevja teir hildnar heilagar og at lýsa tađ sum synd, at bróta teir.” (Fřroyska halgidagslógin er sprotađ hađani, ums.)

Kann broytingin av sabbatinum so vera annađ enn tekniđ ella merkiđ fyri myndugleikan,sum romakirkjan kannađi sćr –tađ vil siga: djórsins merki?

Samspćl viđ Rom
Romakirkjan hevur ikki slept kravinum um yvirvaldiđ. Og táiđ protestantiskar kirkjurnar og heimurin annars viđurkendi halgidagin, sum romakirkjan setti í lógarverk og vrakađi Bíbliunnar sabbat, tá viđurkendi tann protestantiski heimurin hennara yvirvald. Teir kunnu vísa á, at siđir og myndugleika kirkjufedranna til at stuđlađ hesi broyting, men tá er eisini sjálv grundreglan gloymd, sum skildi protestantarnar frá romakirkjuni – at “Bíblian og Bíblian eina er grundarlagiđ fyri trúgv protestantanna.”Katolikkarnir síggja tí protestantarnar lumpa seg sjálvar viđ at lata eyguni aftur fyri veruleikanum. Táiđ rřrslan, sum er fyri at noyđa sunnudagshaldiđ fćr góđan byrđ, kunnu katolikkar frřast í vissuni um, at allur tann protestantiski heimurin skjótt vil fylkjast undir merki romakirkjunnar.

Katolikkar vilja vera viđ, at táiđ protestantar nú halda sunnudag heilagan, so er tađ ein fagnađur frá teimum, sum teir ímóti sínum vilja sýna myndugleikanum hjá katólsku kirkjuni.

Royndir hjá protestantisku kirkjunum at noyđa sunnudagslógir á borgaran, er tađ sama sum at noyđa fólk til eina tilbiđjan av pávaveldinum – sum so aftur er ein tilbiđjan av djórinum og avmynd tess.

Tey, sum skilja krřvini í fjórđa bođi og kortini velja falska hvíludagin og ikki hin sanna hvíludagin, sabbatin (leygardagin), fagna viđ hesum tí veldi, sum gav bođini um tađ. Men júst viđ at nýta verđsligan myndugleika til at noyđa eina átrúnađarliga skyldu yvir fólk, gera hesar kirkjur sjálvar eina mynd av djórinum. Tí er tvungiđ sunnudagshald í USA (allastađni) eisini ein tvungin tilbiđjan av djórinum og mynd tess.

Mong ćttarliđ av kristnum hava hildiđsunnudag í tí trúgv, at tey hildu sabbat Bíbliunnar heilagan. Eisini í dag eru sonn kristin í řllum trúarbólkum – eisini í katólsku kirkjuni – sum av sonnum hjarta trúgva, at sunnudagurin er sabbaturin, sum Gud ávísti. Gud góđtekur góđa vilja og trúfesti teirra. Men táiđ sunnudagshaldiđ verđur noytt á fólk viđ lóg og heimurin er kunnađur um krřvini í sanna sabbatshaldinum, fara řll, sum bróta lóg Guds og akta slík lógarbođ, iđ byggja á myndugleika romakirkjunnar, herviđ at ćra pávadřmiđ hćgri enn Gud. Hesi fólk ćra romakirkjuna og statsveldiđ, sum noyđir til tađ, sum romakirkjan hevur álagt, og hesi menniskju tilbiđja tá djóriđ og mynd tess.

Tey, iđ vraka dagin, sum Gud hevur giviđ til tekin fyri sín myndugleika, og ístađin halda dagin, sum er romakirkjunnar valdstekin, vísa viđ hesum, at tey velja tekin hennara – og hava tá tikiđ á seg “djórsins merki”. Men tađ verđur nústani, táiđ hetta mál er týđiliga bođađ fyri allari mannaćttini, og at tey einstřku hava havt hřvi á upplýstum grundarlagi at velja millum bođ Guds og mannabođ, og framhaldandi bróta bođ Guds, at hesi fólk tá hava átikiđ sćr“djórsins merki á pannuna ella á hondina.”

Bođskapurtriđja eingilsins í Opinberingini fjúrtan er ein hinrćđuligastu hóttan, sum nakrantíđ er skrivađ og bođađ deyđiligum menniskjum. Tann syndin, sum veruliga ákallar vreiđi Guds, má av sonnum vera řgilig. Fólkiđ skal ikki vera óvitandi um hesar álvarsomu spurningar. Heimurin má ávarast ímóti hesari stóru syndini, áđrenn revsidómar Guds koma, so at řll vita, hví teir koma og fáa hřvi til at sleppa sćr undan teimum. Spádómurin sigur, at tann fyrsti eingilin hevđi eini gleđibođ til “řll fólkaslřg, ćttir, tungumál og fólk.”

Ávaringin hjá triđja einglinum, sum er partur av tí trífaldađa einglabođskapinum, sum eisini skal bođast um allan heimin. Spádómurin sigur, at hann skal bođast viđ harđari rřdd av eingli, sum flýgur mitt uppi undir himlinum, og tá hoyra řll hendan bođskapin.

Táiđ hesir spurningarnir koma upp sum ein styrkisroynd, verđur heimurin býttur í tveir stórar partar – tey, sum halda fast viđ bođ Guds og trúnna á Jesus, og tey, sum tilbiđja djóriđ og mynd tess.

Tey fyrru fáa lívsins merki, tey verđa innsiglađ, og tey seinnu fáa djórsins merki,sum er analogt viđ deyđans merki.

Hóast kirkjan og staturin í felagav řllum alvi royna at fáa “řll, bćđi smá og stór, bćđi rík og fátćk, bćđi frćls og trćlir, at lata sćr seta merki á hřgru hond ella á pannuna,” so taka břrn Guds ikki ímóti tí.

Profeturin á Patmos sá “tey, sum sigrandi vóru komin út úr bardaganum viđ dýriđ og mynd tess; tey stóđu viđ glashaviđ viđ hřrpum Guds í hondunum. Tey sungu song Mósesar, tćnara Guds, og sang Lambsins.”