Bardagin Mikli kapitel 26. Fra side 451tilbage

Siðabót sabbatsins

Profeturin Esajas spáddi sabbatin aftur at koma til heiðurs á síðstu døgum: ”So sigur Harrin; Aktið eftir tí, sum rætt er, og gerið rættvísi! Tí frelsa mín kemur skjótt, og brátt skal rættvísi mín verða opinberað.” . . . “Sælur er tann, ið ger hetta, tað menniskjabarn; ið heldur fast við tað – sum heldur sabbatin, so hann vanhalgar ikki hann, og sum varðar hond sína, so hon einki ilt ger,” . . . “Og hini fremmandu, sum halda seg til Harran, til at tæna honum og elska navn Harrans, til at vera tænarar hansara – øll tey, sum halda sabbatin, so tey vanhalga ikki hann, og sum halda fast við sáttmála mín,” . . . ”tey skal eg leiða til heilaga fjall mítt og gleða tey í bønhúsi mínum.”

Innsiglið er í sabbatsboðnum
Samanhangurin vísir at hesi ørindir eru um tað kristna tíðarhúsarhaldið: ”So sigur Harrin, Harrin, hann, sum savnar hini burturriknu av Ísrael: Enn fleiri skal eg savna afturat honum, umframt tey, sum longu eru savnað til hansara.” Her tilsipast, at evangeliið savnar heidningar, also onnur enn jødar og signing er lýst yvir tey, sum æra sabbatin. Sabbatsboðið røkkur tí eisini til tíðina eftir krossfestingina, uppreisnina og himmalferðina – til tíðina, táið tænarar hansara skulu boða gleðiboðskapin fyri øllum fólkasløgum.

Harrin sigur við Esajasi profeti: “Eg vil binda vitnisburðin saman, innsigla boðskapin hjá lærusveinum mínum.”Innsiglið í lóg Guds er í fjórða boði. Hetta boð sigur bæði navn, starv og ræðisøki Lóggevarans. Tað kunnger at Harrin er skapari himins og jarðar, og tí fram um nakran eigur uppiborið at verða ærdur og tilbiðin.Út um hesa framsøgn siga tíggju boðini einki um hvør myndugleikin er, sumgav tey. Táið pávaveldi broytti sabbatin, varð hetta innsiglið tikið úr lógini. Jesu lærusveinar eru kallaðir til at fáa innsiglið aftur í rættlag og at geva sabbatinum í fjórða boði røttu lógligu støðuna aftur til minnis um Skaparan, hetta boðið, sum vísir hvør gav lógina og ber merkiðella innsiglið fyri myndugleika hansara sum Lógevarin.

“Til orðið og til vitnisburðin! Siga tey ikki so, hetta fólk, ið ongan morgunroða hevur, so skulu tey reika um landið hart plágað og hungrandi, og táið tey hungra, kemur ilt í tey, og tey banna kongi og Gudi sínum . . . ”

Talið av ósambæriligum lærum gerst alsamt størri, men lóg Guds er tann einasta lýtaleysa leiðreglan, har allar hugsanir og lærur skulu standa roynd. Profeturin sigur:”Um tey ikki tala samsvarandi hesum, so er einki ljós í teimum – tey eru uttan morgunroða.”

Enn einaferð ljóða boðini: “Rópa, tað tú ert mentur, spar teg ikki! Lyft upp rødd tína sum lúður og kunnger fólki mínum misbrot teirra, húsi Jákups syndir teirra.” Tað er ikki hin óndi heimurin, men tey, sum Harrin kallar “fólk mítt”, sum skulu agast frá syndum sínum og inn á ta røttu leiðina. Hann sigur víðari: “Og meg søkja tey tó dag um dag og vilja hava leiðir mínar at vita, sum um tey høvdu verið fólk, ið hevur gjørt rættvísi og ikki hevur svikið rætt Guds síns.”4Her er talan um fólk, sum halda seg vera rættvís, og eftir øllum at døma fegin vilja tæna Gudi. Men hendan stranga og hátíðarliga ávaringin frá honum, sum kennir hjørtuni, vísir, at tey vanvirða tær guddómligu fyriskipanirnar.

Avgamlar toftir
“Synir tínir skulu byggja upp aftur avgamlar toftir; múrar sum hava ligið dotnir mann eftir mann, og tú skalt verða róptur »hann, sum laðar upp í aftur múrskørð.«”. . . og . . . “hann, sum vælir um vegir, so fólk fáa búð í landinum.” . . .”Táið tú varðar fót tín sabbat, so tú gert ikki arbeiði títt heilaga dag mín – táið tú kallar sabbatin gleði, kallar heilaga dag Harrans heiðursdag – táið tú ærir hann, so tú gongur ikki tínar egnu vegir, gert ikki arbeiði títt og talar ikki fáfongdarorð – tá skalt tú gleðast í Harranum.”

Eisini hesin spádómurin kemur okkara tíð við. Lóg Guds varð brotin, táið Romakirkjan broytti sabbatin. Men tíðin er komin, at guddómliga stovnaði hvíludagurin aftur skal endurnýggjast. Brotið skal umvælast og grundvøllurin frá mongum ættarliðum endurreisast – byggjast skal á avgamlar toftir.

Í sakloysinum í Eden helt Adam hvíludagin, sum Skaparin signaði og halgaði, táið hann sum fyridømi sjálvur helt hann. Tað sama gjørdi tað falna parið, eftir at vera rikið út frásínum lukkuliga heimi. Allir patriarkarnir hildu signaða og halgaða dagin frá Abel til hin rættvísa Nóa, Ábraham, Ísak og Jákup. Ímeðan Guds útvalda fólk vóru trælir í Egyptalandi, mistu mong teirra kunnleikan til lóg Guds. Har livdu tey í yvir 4 øldir ímillum avgudatilbiðjarar, men táið Harrin bjargaði Ísrael úr Egyptalandi, boðaði hann í virðiligari hátign lóg sína fyri fólkinum, til tess at tey skuldu læra vilja hansara at kenna og altíð at óttast hann í lýdni.

Úr byrjan og til í dag er kunnleikin um lóg Guds varðveittur, og sabbaturin í fjórða boði hildin. Tað eydnaðist “lógloysins menniskja” at vanvirða heilaga dag Guds, men eisini ímeðan vald hansara var í hæddini, vóru trúføst eftir, sum á loyndum støðum sýndu Gudi ta tign, sum hann eigur.Eisini síðani siðaskiftið hava nøkur verið eftir í hvørjum ættarliði, sum hildu fast við at halda sabbat heilagan. Vitnisburðurin um æviga lógargildi Guds og ta heilagu skylduna at hvíla tanní skapanini ásetta dagin, hevur altíð verið boðaður hóast áhaldandi mótstøðu og jagstran.

”Eitt ævigt evangelium”
Sannleikarnir í Opinberingini fjúrtan verða boðaðir viðæviga evangelium,og eyðkenna samkomu Kristusar, táið hann kemur aftur. Sum eitt úrslit av tí trífaldaða einglaboðskapinum í hesum kapitliereisini kunngjørt, at “her ræður um tol hinna heilagu, sum halda fast við boð Guds og trúnna á Jesus.”Hesin er tann síðsti boðskapurin, sum boðast skal áðrenn Harrans afturkomu. Stutt eftir sá profeturin Menniskjasonin koma í dýrd at heysta jarðarinnar grøði. the harvest of the earth.

Tey, sum tóku ímóti ljósinum um halgidómin og óbroyttu lóg Guds, fyltust við gleði og undran, táið tey sóu vakurleikan og samljóðið í skipanini av sannleikum, sum tey høvdu sæð. Tey vildu geva ljósiðvíðari til øll kristin, sum gjørdi tey so eydnurík, og roknaðu við, attað varð móttikið við gleði. Men mong, sum góvu seg út fyri at fylgja Kristusi, dámdu ikki eina læru, sum setti tey upp ímóti heiminum. Lýdni ímóti fjórða boðinum kravdi offur, sumbert fá vildu lata.

Fjórða boðið
Táið skyldan at halda sabbatin varð borin fram, høvdu mong eitt verðsligt svar og søgdu: “Vit hava altíð hildið sunnudagin, og okkara forfedrar gjørdu tað, og mong gudrøkin fólk vóru fyrr, sum hava hildið hann heilagan og hava fingið ein eydnusælan deyða.Um tey høvdu rætt, so hava vit tað eisini. At fara og halda ein nýggjan hvíludag, vildi fingið okkum í eitt ósamsvar við heimin, og vit mistu ávirkan. Hvat kann ein lítil flokkur, sum heldur hin sjeynda dagin, gera sær vónir um at fáa í lag í mun til alla verðina, sum heldur sunnudag heilagan?” Við líknandi grundgevingum rættvísgjørdu jødarnir eisini atvraka Jesus. Gud hevði tikið ímóti offurgávum fedranna. Hví skuldu børnini so ikki verða frelst á sama hátt sum fedrarnir?Og á døgum Luthers hildu katolikkarnir, at sonn kristin vóru deyð í katólsku trúnni, og tí mátti tann trúgvin vera nóg mikið til at verða frelstur. Slíkar grundgevingar skuldu vísa seg at gerast ein stór forðing fyri øllum framstiguminnantað átrúnarliga lívið, lívstílinum og virkseminum.

Mong mintu á, at sunnudagshaldið í nógvar øldir hevði verið fast ankrað læra og kirkjusiður. Til tað svaraðu tey, at sabbaturin og hald hansara var uppaftur nógv eldri við størri útbreiðslu, ja, eins gamal og heimurin sjálvur og váttaður bæði av Gudi ogeinglum.Táið jørðin varð skapað og“allar morgunstjørnur frøddu seg til hópa, og allir synir Guds róptu av gleði”, tá varð grundarsteinurin til sabbatin eisini lagdur.7Eigur sabbaturin ikki at eiga okkara hægstu virðing? Hann er ikki stovnaður av menniskja og hvílir ikki á siðvenju manna. Hann er stovnaður av Gudi sjálvum og boðaður í æviga orði hansara.

Val millum kirkjusiðir og Bíbliunnar myndugleika
Táið spurningurin um at fáa hvíludagin rættaðan tók seg upp, tulkaðu væl lýddir prestar orð Guds, bara sum frægast fyri at sissa leitandi sálir. Tey, sum ikki sjálv granskaðu í Bíbliuni, vóru nøgd við útleggingar, sum svaraðu til egin ynskir. Mong royndu við speiskni og listilærdum snaringum at beina fyri sannleikanum ella at vísa til myndugleika kirkjufedranna, siðir og yvirvald kirkjunnar.Tey, ið boðaðu sannleikan, leitaðu altíðaftur til Bíbliuna fyri at verja fjórða boð og gildi tess. Einans vápnaðir við sannleikans orði, stóðu eyðmjúkir menn seg ímóti álopum frá teimum lærdu, sum við undran og vreiði sóu, at væl orðaðu snildir teirra vóru máttleysar ímóti einføldu próvgrundunum, sum bornar vórðu fram av monnum, sum vóru kønari í Bíbliuni enn í vísindaligum snildum og akademiskum kegli.

Táið teir ongan stuðul funnu í Bíbliuni fyri sínari fatan, nýttu nógvir í treiskni somu grundgevingarnar, sum vórðu nýttar ímóti Jesusi og lærusveinunum:”Hví skilja leiðarar okkara ikki hendan trupulleikan við sabbatinum? Tey eru so fá, ið trúgva sum tit. Tað kann ikki vera rætt, at tit hava rætt, og allir heimsins lærdu menn so skulu hava órætt.”

Fyri at vísa slíkari próvgrund aftur, var bara at lesa úr heilagu Skriftini og vísa á, hvussu Harrin altíð hevur leitt samkomu sína. Gud virkar ígjøgnum tey, sum hoyra og lýðarødd hansara, og táiðneyðugt er, viljabera fram ótespiligar sannleikar og átala vanligar syndir. Grundin til, at Gud ikki oftari velur lærdar menn í høgum størvum til at leiða trúbótarrørslur, er, at hesir hava ov stórt álit á sínum egnu hugsanumog kendum gudfrøðiligum skipanum, og kenna tí ikki sama tørvinfyri at fáa lærdómin frá Gudi. Bert tey við persónligum sambandi við Keldu vísdómsins, kunnu skilja og útleggja Bíbliuna. Lítið lærd verða viðhvørt kallað at boða sannleikan, ikki tí at tey eru so lítið lærd, men nóg lítið sjálvviss til at lata Gud læra seg. Tey ganga í skúla Kristusar í lítillætni og lýdni, sum ger tey stór. Við at geva teimum kunnleikan um sannleika sín, sýnir Gud teimum ein heiður, har heimsins heiður og stórleiki manna samanborið missir allan týdning.

Eingin kennir dagin og tíman
Teir flestu (millersku) adventistarnir vrakaðu sannleikarnar um halgidómin og lóg Guds. Og mong sleptu eisini álitiðu á adventsrørsluna og vendu sær til ósunnar og svikaligar áskoðanir um tær profetiir, sum rørslan hevði bygt á. Nøkur mistóku seg við ferð eftir ferð at áseta eina nýggja tíð til afturkomu Kristusar. Ljósið, sum nú upplýsti spurningin um halgidómin, átti at havt víst teimum, at einki profetiskt tíðarskeið røkkur heilt fram til aðru komuna; og tað vil siga, at neyva tíðin fyri afturkomuna er ikki spádd. Men við at venda sær burtur frá hesum ljósinum, hildu nøkur fram við at áseta tíðir fyri Harrans komu, og eins ofta vórðu tey vónbrotin

Táið samkoman í Tessalóniku hevði misskilt Kristi afturkomu, ráddi Paulus teimum til neyvt at royna sína vón og væntan við orðið Guds. Hann vísti á profetiir um hendingar, ið skuldu koma áðrenn Kristus skuldi koma aftur og gjørdi teimum greitt, at eingin grund var at vænta hann á teirra lívstíð.“Lat ongan villleiða tykkum á nakran hátt.” . . .Soleiðis byrjaðu ávarandi orðini.7 Um tey væntaðu nakað, sum heilaga Skriftin ikki stuðlar, vóru tey á skeivari leið. Mistøk fóru at leiða til spott og há frá teimum vantrúgvandi og at koma teimum í vandan fyri at falla í fátt av iva um sannleikarnar, sum eru avgerandi fyri frelsuna.

Áminnning ápostlanna til tey trúgvandi í Tessalóniku rúmar týðuligakunning til tey, sum liva á síðstu døgum. Nógv adventstrúgvandikendu tað soleiðis, at høvdu tey ikki eina ávísa tíð at halda seg til fyri afturkomuni, fingu tey ikki verið nóg íðin og álvarsom í fyrireikingini. Men táið vón teirra aftur og aftur varð vakt, fyri síðani at fara í knús, varð trúgvin so skelkað og tunt slitin, at stóru sannleikarnar í profetiska orðinum næstan ikki rinu við longur.

Boðanin av fastari tíð til dómin í fyrsta boðskapin einglanna var eftir boðum Guds. Og útrokningin til tað profetiska skeiðið, sum boðskapurin bygdi á, setti endan av 2300 døgunum til á heysti í 1844, sum stóð fast uttan ákærur. Endurtiknar royndir at finna nýggj árstøl at byrja og enda profetiina bóru onga leið og ósunna, men neyðuga próvførslan at varðveita støðutakanina, førdi ikki bert fólk burtur frá løtunar sannleika, men kastaði eisini vanvirðing yvir alt strev at greina profetiirnar.

Jú oftari tíð varð ásett til aðru komunaog jú meira hon varð spjadd, tess betur hóvaði tað Satans endamáli.Táið tíðin so var farin, varð gjøldur hildin og tey vórðu vandvird, sumboðað høvdu. Soleiðis varð adventsrørslan skemmað aftaná 1843 og 1844.Tey, sum treiskliga halda fram í villleiðingini, fara til endans at áseta ein alt ov fjaran dag til afturkomu Krists og verða leidd í ein falskan tryggleika - og mong sleppa ikki villleiðingini fyrr enn ov seint er.

Hví bíðar Harrin?
Adventistannaroyndir í mótburðiminnirum royndir gamla Ísraels. Gud leiddi tey á sama hátt, sum hann leiddi Ísraels børn úr Egypalandi. Í tí stóra vónbrotinum varð trúgvin hart roynd eins og hebrearanna nýkomnir fram at Reyða Havinum. Høvdu øll sett álitið á ta hond, sum leitt hevði tey higartil, høvdu øll sæð frelsu Guds. Og um øll høvdu samstarva í fullum einleika í 1844, og tikið við triðja eingils boðskapinum og boða hann í kraft heilaga Andans, hevði Gud gjørt stór ting í arbeiði teirra. Ljósið hevði farið sum ein flóðalda yvir heimin, og allir jarðbúgvarnir høvdu fyri langt síðani verið ávaraðir. Tað síðsta arbeiðið hevði verið gjørt, og Kristus hevði nú verið komin aftur at frelsa fólk sítt.

Tað var ikki ætlan Guds, at Ísrael skuldi ganga40 ár í oyðimørkini. Hann vildi leiða tey beint inn í Kánaansland, til har at liva sum eitt heilagt og eydnuríkt fólk. Men “tað var fyri vantrúar skuld, tey kundu ikki koma inn.”8Vegna fráfall sítt doyðu tey flestu í oyðimørkini, og eitt annað ættarlið kom inn í tað lovaða landið. Tað var ei heldur ætlan Guds, at afturkoma Krists skuldi útsetast so leingi, og at fólk hansara skuldi verða verandi so nógv ár í hesum syndafulla heimi. Men vantrúgvin skildi tey frá Gudi. Táið tey noktaðu at fremja verkið, sum teimum var álagt av Gudi, vórðu onnur vald til at bera boðskapin.Av samkenslu við heimin útsetur Jesus afturkomuna, fyri at syndarar skulu fáa møguleika at hoyra ávaringina og finna sær skjól Guds áðrenn vreiðinkemur.

Sannleikans verjar
Nú sum áður fer boðan av sannleika, sum avdúkar syndir og villleiðingar í tíðini, at vekja mótstøðu.”Hvør tann, ið ger ilt, hatar ljósið og kemur ikki til ljósið, fyri at verk hansara skulu ikki verða opinberað.”

Táið fólk ikki megna at rættvísgera síni sjónarmið við Skriftini, velja mong teirra kortini at halda fast og síðani óndsinnað at leggja tey undir illgruna, sum verja ein sannleika, sum ikki er væl lýddur millum fólk. Hesin háttur er gamal. Elias varð lagdur undir at draga vanlukkur yvir Ísrael. Jeremias varð ákærdur at vera landasvíkjari. Og Paulus ákærdur fyri at dálka templið. Síðani vera tey, sum eru sannleikanum trúgv, løgd undir at gera uppreistur, at boða falskar lærur og at vera nøkur sundurlyndiskeglugt klændrivættir. Fólk í túsundatali viðurkenna ikki trygga profetiska orðið. Tey trúgva heldur øllum ákoyringunum, sum verða vendar ímóti teimum, sum vága sær at harta vanligt avhildnar syndir. Hesin andin vil støðugt vaksa. Bíblian sigur bart út, at skjótt kemur ein tíð, táið lógir statsins vera í stríði við lóg Guds í ein slíkan mun, at hvør tann, sum vil lýða teimum guddómligu fyriskipanunum, verður ákærdur og revsaður sum ein brotsmaður.

Hvat skulu boðberar sannleikans gera? Eiga teir at hugsa sum so, at best man vera at tiga um sannleikan, tí tað einasta hann ofta avrikar, er at fáa fólk at skáka sær undan ella beinleiðis at seta seg upp ímóti krøvunum?

Nei, hann hevur eins lítla orsøk at halda orði Guds aftur í dag vegna mótstøðuna, sum trúbótarmenninir fyrr í tíðini. Tær niðurskrivaðu frásøgnirnar um trúarvitnisburðir hjá farnum frómum gudsóttandi og um blóðvitnini, eru skrivaðar fyri at gagna komandi ættarliðunum.

Hesi vóru nøkur livandi fyridømir í halgan og rættferð og søgurnar um tey eru varðveittar fyri at geva teimum gott mót, sum nú eru kallað til at vitna fyri Gudi. Tey fingu ikki Guds náði og sannleika bert fyri sína egnu skyld, nei, náðin og sannleikin skuldi ígjøgnum tey upplýsa heimin. Hevur Gud so givið ljós til sínar tænarar í okkara ættarliði? Ísofall eiga teir at lata ljósið lýsa fyri heiminum!

Fyri langari tíð síðani segði Gud við ein mann, sum talaði í navni hansara: “Men hús Ísraels fer ikki at lurta eftir tær – tí teir lurta ikki eftir mær! Alt hús Ísraels hevur harðar pannur og forherða hjørtu.” Tá segði Hann: ”Nei, tala orð mítt til teirra, um teir nú lurta eftir ella ikki! – tí ólýdnir eru teir.”Hesi boðorðini eru eisini vend til tænarar Guds á okkara døgum: “Lyft rødd tína sum basúnu, boða mínum fólki tess mistøk og Jákups húsi tess syndir!”

Øll, sum tikið hava ímóti sannleikans ljósi, hava somu ábyrgd sum profeturin, ið Harrin talaði til: ”Teg menniskjasonur, havi eg sett húsið Ísraels til vaktara, og táið tú hoyrir orð av munni mínum, skalt tú ávara tey frá mær” . . .”Tá eg sigi við hin gudleysa: »Tú gudleysi, tú skalt vissulig doyggja!« og tú ikki talar og ávarar hin gudleysa um atburð hansara, so skal hann – hin gudleysi – doyggja fyri misgerð sína, men blóð hansara skal eg krevja av hond tíni.”. . .”Men táið tú hevur ávarað hin gudleysa um atburð hansara, at hann má venda við frá honum. men hann vendir ikki við frá atburði sínum, so skal hann doyggja fyri misgerð sína, men tú hevur bjargað sál tíni.”

Sannleikstráan ella lættisoppa fólkatokka ?
Trupulleikin og stóra forðanin bæði við at játta og at boða sannleikan er, at hann vekir ampa og ófýsni. Tað ereinasta grundgevingin ímóti sannleikanum, sum talsmenn hansara ikki hava megnað at avsanna. Men hetta ræðir ikki sannu lærusveinar Kristusar. Teir kunnu ikki bíða, til sannleikin er væl lýddur.

Sannførdir um skyldu sína taka teir sjálvbodnir krossin upp, og siga sum Paulus: “Tí trongd okkara – sum er stokkut og løtt – virkar í okkum størri og størri yvirflóð æviga fylling av dýrd, við tað at vit hava ikki hitt sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga. Tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.”. . . Teir roknaðu “vanæru við Kristusi til størri ríkidømi enn skattir Egyptalands – tí hann hugdi fram ímóti lønini.”

Tey, sum í hjartanum eru tænarar heimsins, fara í trúarlívinum at virka mest fyri tímiligu hentleikunum og minni fyri grundreglumum í trúnni. Ein eigur at velja tað rætta, tí tað er tað rætta - og so lata fylgjurnar verða upp til Gud.

Heimurin skyldar mongum støðuføstum kvinnum og monnum við trúgv og áræði stóra tøkk fyri tey stóru siðaskiftini. Arbeiðið at bøta um trúnna má halda fram við fólki, sum eru gjørd úrsama góða tilfarinum.

Harrin segði: “Lurtið eftir mær, tit, sum kenna rættvísi, tú fólk, sum hevur lóg mína í hjartanum! Óttist ikki spott menniskjanna, og ræðist ikki háorð teirra! Tí mølur skal eta tey upp sum plagg, og maðkur skal eta tey upp sum ull; men rættvísi mín skal vara til ævigar tíðir, og frelsa mín mann eftir mann.”