Bardagin Mikli kapitel 27. Fra side 461tilbage

Vekingarrřrslur í nýggjari tíđ

Allastađni atorđ Guds trúfaster bođađ, hava úrslit víst tess guddómliga uppruna.Andi Guds hevur fylgt bođskapinum hjá tćnarum hansara, og giviđorđinum kraftina til, at syndarar kendu samvitskuna vakna.“Tađ sanna ljósiđ, sum skínur fyri hvřrjum menniskja,” lýsti í hvřnn loyndarkrók í sinni teirra. Goymd ting komu fyri dagin, og tey fóru í eina djúpa syndaásannan. Tey sannfřrdust um synd, um rćttvísi og umhin komandi dómin.

Tey skiltu rćttvísi Guds og í sínari óreinsku og skuld óttađust tey at stíga fram fyri hann, sum rannsakar hjřrtuni. Tey vóru fyri ongum og róptu í vónloysinum: “Hvřr skal fría okkum frá hesum deyđans likami?” (Rom 7:24)

Tey sóu krossin á Golgata og tađ ófatuliga ofriđ fyri syndir manna, og vórđu greiđ yvir, at einki annađ enn ágóđi Krists kundi břta fyri brot teirra. Einki annađ kundi semja tey viđ Gud. Í trúgv og í eyđmýkt tóku tey ímóti Lambi Guds, sum bar alla heimsins synd. Viđ blóđi Jesusar fingu tey fyrigeving fyri “tćr syndir, sum tey hřvdu gjřrt.”

Eyđkennir í sannari veking
Hesi fólk bóru fruktir, iđ svara til umvendingina. Tey trúu og vórđu doypt og tey fóru at liva eitt nýtt lív sum nýggir skapningar í Kristusi Jesusi. Tey gingu ikki longur eftir gomlu lystunum, men í trúnni á Son Guds gingu tey í fótasporum hansara, tey endurspeglađu hugburđ hansara og reinsađu seg, eins og hann er reinur.

Nú dámdu tey tađ, sum tey fyrr illa dámdu. Tey ernu og hugmóđigu gjřrdust álvarsom og spaklynt. Tey fáfongdu og ovfarakátu broyttust, at verđa rúmlig og spakfřr. Tey tankaleysu og óvarnu gjřrdust gudsóttandi, drykkjufólk edrúilig og tey ómaralsku rein. Alt verđsligt snobbarí hvarv og tey trúgvandi fylgdu tilmćli frá Pćturi ápostli, sum sigur: “Prýđi tykkara veri ikki hitt útvortis, flćttur og áhongt gullstás ella klćđi, men í hjartans dulda, spakfřra og stilla anda – hitt óforgeingiliga prýđi, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.”1

Vekingarnar góvu eyđmjúkleika og djúpa sjálvrannskan. Inniligar áheitanir á tey óumvendu var ein vanlig samkenslubyrđa, sum tey bóru fyri řllum keypt eru viđ blóđi Kristusar. Kvinnur og menn stríddust í břn fyri sálanna frelsu.

Úrslit viđ slíkar vekingar komu eisini viđ menniskjum, sum ikki bakkađu fyri ofrum og sjálvrannsakan. Tađ vóru fólk, sum gleddust yvir at vera verd at líđa vanćru og ágang fyri Kristi skuld. Fólk sóu broytingina í lívi og levnađ teirra, sum játtađu Jesus. Teirra ávirkan varđ eisini samfelagnum at gagni. Tey savnađu viđ Kristusi og sáddu í Andanum fyri at heysta lív til ćvinleikan.

Um tey kundi sigast: “So gleđist eg nú, ikki um, at tit fingu sorg, men um tađ, at tit fingu sorg til umvending; tit fingu sorg eftir sinnalagi Guds, fyri at tit í ongum skuldu líđa skađa av okkum. Tí sorgin, iđ er eftir sinnalagiđ Guds, virkar umvending til frelsu, sum eingin angrar; men sorg heimsins virkar deyđa. Hyggiđ, júst hetta, at tit fingu sorg eftir sinnalagi Guds, hvussu stóran íđinskap virkađi tađ ikki hjá tykkum, ja, verju, ja, harm, ja, ótta, ja, longsul, ja, álvara, ja, straff! Í řllum vístu tit, at tit vóru reinir í hesi sřk.”2)

Soleiđis er tađ viđávirkanini frá Anda Guds, at sonn umvending tá broytir atburđin í lívinum. Um syndarin ber aftur tađ lćnta, tađ stolna, viđgongur allar syndir og elskar Gud og nćstan, tá kann hann vera vissur í at fáa friđ viđ Gud.Soleiđis vóru vekingar fyrr í tíđini. Úrslitini vístu,at Gud nýtti tey til at frelsa menniskju, til signingar og uppbyggingar í samtíđ teirra.

Eyđkennir í falskari veking
Men nógvar nýggjar vekingar hava víst seg řđrvísi enn tćr, sum fyrr av náđi Guds sóust eftir átřk hjá tćnarum hansara. Sanniliga vekja tćr nýggju ans, og fleiri siga seg vera umvend og samkomur vaksa - men úrslitini eru ikki av slíkum slagi, at vit av rřttum kunnu siga, at samsvarandi veruligur vřkstur kom í andaliga líviđ. Ljósiđ, sum flammađi upp eina stund, sloknađi skjótt aftur, og aftaná var myrkriđ svartari enn áđur.

Vćl umtóktar vekingar dúva alt ov ofta á hugflog og kenslur, sum eru til at nřkta trongdina til okkurt nýtt og spennandi –til ein nýfiknis góđan hýr.Tey, iđ verđa umvend á henda hátt, hava einki ynski um at lurta eftir sannleikunum í Bíbliuni og kenna ongan áhuga fyri vitnisburđi profetanna og ápostlanna.

Um ein gudstćnasta einki hevur, sum vekir miklan ans, hava tey ongan áhuga í henni. Fólk tíma ikki tćr greiđu ávaringarnar í orđi Guds, sum beinleiđis viđkoma ćvigu áhugamálum menniskjunnar.

Fyri hvřrja veruliga umvenda sál er sambandiđ viđ Gud og ćvinleikin tađ týdningarmesta í lívinum. Men hvar í dagsins umtóktu kirkjum finna vit sannan gudsótta?Limirnir siga ikki frá sćr hugmóđ og kćrleika til heimin. Teir eru ikki meira sjálvsnoktandi enn fyrr ella taka krossin á seg at fylgja tí milda og elskuliga Jesusi eftir meira enn undan sína umvending.

Religión er vorđin ítróttur at spotta hjá gudloysingum og skeptikarum, tí so nógv, iđ siga seg kristin, ikki taka viđ grundreglunum í kristnum lívi. Mátturin í gudiliheit er nćstan horvin úr mongum kirkjum. Útferđir, halgileikir, samkomubasarar, fín hús, pynt og skreyt í trongd til at vísa slíkt fram, hava skotrađ burtur tankan um Gud.Jřrđ, ognir og verđsligt arbeiđi fylla so nógv, at stundir verđa ikki til tađ, sum viđvíkur tey ćvigu áhugamálini.

Trúarlótir viđ eftirgerđum Satans
Hóast afturgongdina í trúgv og frómleika, eru enn sonn kristin eftir í hesum samkomum. Áđrenn revsidómar Gudsraka jřrđina, fer nýtt lív at verđa kveikt í sannan kristindóm, sum ikki hevur veriđ at sćđ síđani ápostlarnar. Gud fer at geva fólki sínum anda og kraft.Og tá fara mong at rýma úr teimum samkomum, har kćrleikin til heimin trýsti kćrleikan til Gud og orđiđ burtur.

Bćđi prestar og onnur fara viđ gleđi at taka ímóti stóru sannleikunum, sum Gud letur bođađ í okkara tíđ at fyrireika sćr eitt fólk til afturkomu Harrans. Satan roynir kortini at forđa hesum, tí longu áđrenn hendan trúarvekingarrřrsla tekur seg upp, vil hann royna at forđa henni viđ sjálvur at koma fram viđ einari rřrslu í forkant, eina undanfalsan til hesa vekingarrřrslu.

Í teimum kirkjum og samkomum, har hann eigur villleiđandi valdiđ, fer hann at fáa tađ at síggja út, eins og Guds serligu signingar verđa oystar út har. Tađ minnir um eina stóra andaliga veking. Mong fegnast tá yvir, at Gud virkar í teimum, hóast at tađ, sum veruliga her hendir, eru fruktir av einum řđrum anda. Satan fer í átrúnarligum duldarbúna at řkja um ávirkan sína á kristna heimin.

Í mangari veking síđstu hálvu řldina (innan 1911), hava somu kreftir víst segí střrri og minni mun, og tćr verđa střrri í framtíđar rřrslum, sum eggja til kenslur og eitt samanbland av sannleika og lygn, iđ megnar at villleiđa veikar sálir.Men ongum nýtist at lata seg villleiđa.

Í ljósinum frá orđi Guds er ikki torfřrt at meta um lyndiđ í hesum rřrslum. Allastađni, atfólk ikki vilja síggja vitnisburđ Bíbliunnar og venda sćr frá greiđu, rannsakandi sannleikunum til samvitskuna, sum krevja sjálvsnoktan og at siga frá sćr verđsligar ágóđar, kunnu vit viđ vissu vita, at hesar rřrslur ikki eru signađar frá Gudi.Viđ regluni, sum Jesus sjálvur gav: “Av fruktum teirra skulu tit kenna tey”, er skilligt, at hesar rřrlsur ikki eru Guds verk.

Kćrleiksins trúskapur
Innan ymsu trúđarbólkarnar eru kortini gudsóttandi fólk, sum viđganga střđuna og harmast hana. Í umrřđu síni av vandunum fyri kristindómin á okkara dřgum segđi professarin Edwards A. Park:“Ein av keldunum til vandan er hon, at prćdikumenn ikki leggja nóg stóran dent á at undirstrika hina guddómligu lógina frá prćdikustólinum. Í gomlum dřgum var prćdikumađurin eitt ekkó av rřdd samvitskunnar.Okkara kendastu prćdikumenn góvu viđ bođskapinum eina mergjađa tyngd viđ at fylgja Meistarans fyridřmi og at undirstrika forskriftir og ávaringar lógarinnar sum tađ fremsta.”

Teir endurtóku tvćr stórar ađalreglur: 1) at lógin er ein útskrift av fullkomni guddómsins og 2) at menniskju, sum ikki elska lógina, heldur ikki elska gleđibođskapin. Bćđi lógin og gleđibođskapurin endurspegla sonnu natúr Guds. At látast sum einki um tađ, leiđir til eina undirmeting av óndskapinum og eina útbreiđslu av óhumskum syndanna. Syndin, at vera bođnum ólýđin, stendur í mun til rćttvísibođsins.

“Knýtt til teir longu nevndu vandarnar er vandin fyri at undirmeta rćttvísi Guds. Teir nýggju prćdikantarnir hava lyndi til at skilja guddómligu rćttvísina frá tí guddómligu góđskuni, at hava hvřrt fyri seg og harviđ at minka kćrleikan til eina kenslu heldur enn at hevja hann upp til eina ađalreglu, til eitt heilagt prinsipp. Nýggja gudfrřđin skilir frá hvřrjum řđrum tađ, sum Gud hevur sett saman.

Er heilaga lógin góđ ella er hon ónd? Hon er góđ. Og tá er rćttvísin eisini góđ; tí hon er ein skipan til lógarinnar fulna. Viđ at undirmeta ta guddómligu lógina og rćttvísina og tađ menniskjaliga víđfevnda ólýdni og tađ ónda, koma menniskjuni eisini lćtt til at undirmeta náđina, sum hevur fingiđ til vega fyribřting fyri syndina.”

Soleiđis missir evangeliiđ virđi og týdning fyri menniskjuni, og tey verđa tá skjótt til reiđar sum tađ nćsta eisini at seta sjálva Bíbliuna til viks.

Nógvir lćrarar í kristnum átrúna halda uppá, at Kristus viđ deyđa sínum ógildađi lógina, so at menniskju framyvir vóru loyst frá krřvum hennara. Nakrir standa enntá fastir viđ, at lógin er eitt troyttandi ok og lýsir út í ćsir, at tađ frćlsi, sum evangeliiđ gevur,er tađ řvuta av trćldóminum undir lógini.

Men soleiđis sóu profetarnir og ápostlarnir ikki Guds heilagu lóg. Dávid segđi: “Lat meg ferđast um rúmt land! Tí eg spyrji eftir bođum tínum.”. . .Ápostulin Jákup kallar tey tíggju bođini “hina kongaligu lóg” og “frćlsisins fulkomnu lóg.”. . . Góđa hálva řld eftir krossfesting Krists varđ í Opinberingini lýst ein signing til tey, “That do his commandments, that they may have right to the tree of life, and may enter in through the gates into the city.”

Uppáhald um, at Jesus viđ deyđa sín ógildađi lóg Fađir síns hevur einki grundarlag. Um lógin kundi broytast ella setast til viks, hevđi Jesus ikki noyđst til at doyggja fyri at fría menniskju út frá revsing syndanna. (viđmerking aftanfyri kapitliđ)

Páhaldiđ um, at deyđi Krists strikađi lóg Fađirs síns (10 bođini) er uttan grundarlag. Hevđi tađ veriđ mřguligt at broytt hana ella sett hana til viks, tá hevđi tađ ikki veriđ neyđugt, at Kristus doyđi fyri at frelsa menniskjuni frá revsing syndanna. Alt prógvar tvřrturímóti, at hon er óbroytilig. Sonur Guds kom fyri at“lyfta lógina til stórleika og heiđur.”Jesus segđi: “Hugsiđ ikki, at eg eri komin at seta lógina úr gildi – ella profetarnar! Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma”. . .“Tí sanniliga, sigi eg tykkum: Inntil himmal og jřrđ forganga, skal ikki minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tađ alt hevur hent.”. . .Og um seg sjálvan sigur hann viđ Sálmaskaldinum: “at gera vilja tín, Gud mín, er gleđi mín, lóg tín er mćr í hjarta.”

Í natúr síni er lóg Guds óbroytilig. Hon opinberar vilja og lyndi lóggevarans. Gud er kćrleiki og lóg hansara er kćrleiki. Reglurnar eru tvćr:Kćrleikin til Gud og kćrleikin til nćstan. “Kćrleikin ger nćstanum einki ilt; tí er kćrleikin uppfylling lógarinnar.” Gud er av lyndi rćttvísur og sannur, og tađ sama er galdandi lóg hansara. Sálmaskaldiđ sigur: “Rćttvísi tín er ćvig rćttvísi, og lóg tín er sannleiki.”. . .“Tunga mín skal syngja um orđ títt; tí řll bođ tíni eru rćttvís.”. . .

Og Paulus skrivar: “So er tá lógin heilag og bođiđ heilagt, rćttvíst og gott.”6Ein lóg, sum vísir vilja og sinnalag Guds, má vera líka ćvig sum upphavsmađurin.

Lógin og evangeliiđ
Umvending og halganskulu fáa hin einstaka sátt viđ Gud – og fáa viđkomandi at liva í samsvari viđ lóg hansara. Í upphavi varđ menniskjan skapađ í mynd Guds. Hon var í fullum samljóđi viđ lóg Guds. Grundreglurnar í rćttvísini vóru skrivađar í hjarta hennara. Men syndin skildi hana frá Gudi. Hon endurspeglađi tá ikki longur mynd Guds. Hjartađ var komiđ í stríđ viđ ađalreglurnar í lóg Guds. “Tí tráan holdsins er fíggindskapur móti Gudi; tađ gevur seg jú ikki undir lóg Guds, og kann heldur ikki gera tađ.”

Men “so nógv elskađi Gud heimin, at hann gav son sín hin einborna” fyri at menniskjan skuldi kunna sćttast viđ Gud. Menniskjan kann takka Kristusi fyri, at hon aftur kann koma í samljóđ viđ Skaparan. Hjartađ má broytast viđ tí guddómligu náđini – tađ má fáa eitt nýtt lív úr erva. Hendan broytingin er tann nýggja fřđingin. Um hana segđi Jesus: “Eingin kann síggja ríki Guds, um hann ikki verđur fřddur av nýggjum.”

Fyrsta fótafet til sáttargerđ viđ Gud er ásannan av syndini, tí “synd er lógbrot” og ”....viđ lógini kemur sannan av synd.”8Fyri at síggja synd sína, má syndarin royna sítt lyndiđ viđ Guds stóra mátistokki fyri rćttvísi. Hann er ein spegil, sum vísir eitt fullkomiđ rćttvíst lyndi og fćr syndaran at sígga sínar egnu veikleikar.

Lógin vísir tí einstaka á syndirnar, men gevur ikki heiligvágin! Hon lovar tí lýdna líviđ og sigur eisini, at lřnin fyri syndina er deyđi. Bert gleđibođskapur Jesu Krists kann loysa viđkomandi frá at verđa dálkađ/ur og revsađ/ur av syndini. Syndarin má venda viđ og iđra seg fyri Gudi um syndina og trúgva á Kristi sáttargerđ. Soleiđis fćr hann fyrigeving fyri “syndir, sum fyrr vórđu gjřrdar”, og persónligan lut í guddómligari natúr. Hann hoyrir Gudi til og hevur tá fingiđ andan til barnakorini, sum rópar: “Abba, Fađir!”

Hevur menniskjan so nú fingiđ loyvitil at bróta lóg Guds? Nei. Paulus sigur: “Gera vit tá viđ trúnni lógina til einkis! Minni enn so! Nei, vit stađfesta lógina”. . .sí viđmerking beint eftir kapitliđ?. . .“vit, sum jú eru deyđ frá syndini, hvussu skulu vit enn liva í henni?” Og Jóhannes sigur: “Tí hettar er kćrleikin til Gud, at vit halda bođ hansara, og bođ hansara eru ikki tung.”

Táiđ hjartađ verđur fřtt av nýggjum og kemur í samljóđ viđ Gud, kemur tađ eisini í samljóđ viđ lóg Guds. Táhendan stóra broytingin er hend viđ syndaranum, er hann farin frá deyđanum til líviđ – frá syndini til halgan, frá brotunum til trúarlýdni. Fremmandagerđin fyri Gudi í tí gamla lívinum er farin afturum, og tađ nýggja líviđ í sátt, trúgv og kćrleika er byrjađ.

Nú fer “tađ, sum lógin kravdi . . . at verđa fullgjřrt í okkum, sum ikki liva eftir holdinum, men eftir andanum.”Og sálin fer í fagnađi at siga: “Sum eg elski lóg tína! Allan dagin grundi eg á hana.” . . . “Lóg Harrans er fullkomin, hon lívgar sálina”

Uttan lógina hava fólk onga fatan av reinleika og heilagleika Guds, ella av sínari egnu skuld og óreinsku.Tey hava onga veruliga tilvitan av synd og kenna ongan třrv fyri umvending. Táiđ fólk ikki síggja seg glatađ, tí tey hava brotiđ Guds lóg, skilja tey heldur ikki sín třrv fyri břtandi blóđi Krists. Vónin um frelsu verđur fingin uttan nakra veruliga broyting av hjartanum og lívinum. Mong viđ tílíkari grunnari umvending eru komin inn í samkomuna, sum ongantíđ eru sameind viđ Kristusi.

Sonn halgan - andaligur vřkstur
Eisini skeiv ástřđir um halgan er eitt úrslit av, at lóg Guds er skúgvađ til viks og vrakađ. Slíkt eru vanlig meginfyribrigdir í nútíđar trúarbólkum. Men slík ástřđir eru bćđi fřlsk í lćruni og hava vandamiklar avleiđingar. Og tann sannroyndin, at so nógv fagna teimum, ger tađ tvífalt neyđugt, at řll fáa eina greiđa fatan av, hvat Skriftin lćrir um hesi ting ella rćttari, um hesi viđurskiftini.

Sonn halgan er greiđ bíbilsk lćra. Paulus skrivađi:“Tí hettar er vilji Guds, heilaggering tykkara, at tit halda tykkum frá siđloysi.” Og hann bađ:“Gud friđarins, heilaggeri tykkum, řll sum tit eru!”Bíblian sigur greitt, hvat halgan er, og hvussu hon fćst. Frelsarin bađ fyri lćrusveinunum og segđi: “Halga tey í sannleikanum! Orđ títt er sannleiki.”Og Paulus lćrdi, at trúgvandi skulu “halga seg viđ heilaga Andanum.”

Hvat ger halgi Andin? Jesus segđi viđ lćrusveinarnar:“Men táiđ andi Sannleikans kemur, skal hann leiđa tykkum til allan sannleikan.“Og Sálmaskaldiđ sigur:”Lóg tín er sannleiki.”12 Viđ Skriftini og Anda Guds fáa menniskju stóru ađalreglurnar í rćttvísu í lóg Guds. Hon er ”heilřg og bođiđ heilagt, rćttvíst og gott.” Viđ tí málbering fyri fullkomni hansaraverđur lyndiđ ment í lýdni til hesa lóg, sum eisini verđur heilagt. Kristus er fullkomna fyridřmiđ. Sjálvur sigur hann: “eins og eg havi hildiđ bođ Fađirs míns.” Og “Eg geri altíđ tađ, sum honum líkar.” Fylgdarfólk Kristusar gera tí sum hann (1 Pćt 2:21). Viđ náđi Guds menna tey eitt lyndi, sum svarar til ađalreglurnar í heilagu lóg hansara. Hetta er bíbilsk halgan.

Men hon verđur bert rokkin viđ trúgv á Kristus og mátti Andans. Paulus minti tey trúgvandi á: “. . . tí skulu tit eisini nú . . .arbeiđa. . . viđ ótta og bivan uppá frelsu tykkara! Tí tađ er Gud, sum virkar í tykkum, bćđi til at vilja og at virka eftir góđa vilja sínum.”

Ein kristin vil alt líviđ verđa freistađur at synda, men hann vil střđugt stríđast ímóti freistingini. Her třrvar honum hjálp Kristusar. Menniskjaligir veikleikar verđa blandađir viđ guddómliga styrki, og vit eiga í trúnni at siga:“Men Gudi veriđ třkk, sum gevur okkum sigurin viđ Harra okkara Jesusi Kristi!”

Skriftin vísir týđiliga, at halgan kemur í smáum. Táiđ syndarin vendir um, og viđ blóđi Krists fćr friđ viđ Gud, er kristna líviđ einans byrjađ. Hann skal nú ganga framá ímóti “fullkominleika” og vaksa upp til “vakstrarmark fyllingar Krists.”Paulus segđi eisini, at “eg haldi ikki um meg sjálvan, at eg havi vunniđ tađ”. . .“Men eitt geri eg: Eg gloymi tađ, sum aftanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslřnina, sum Gud av hćddini hevur kallađ okkum til í Kristi Jesusi.” Eisini Pćtur vísir á tey fyrstu fótafetini í bíbilskari halgan. “Leggiđ tykkum tí eina viđ, í trúgv tykkara at vísa dygd, í dygdini kunnskap, í kunnskapinum fráhald, í fráhaldinum tol, í tolinum gudsótta, í gudsóttanum bróđurkćrleika til řll! . . . Táiđ tit gera hetta, skulu tit aldri snáva;”

Tey, sum uppliva bíbilska halgan, eru eyđmjúk. Tey hava sum Móses sćđ rćđandi hřgu tign hins Heilaga og síggja, hvussu óverdig tey sjálv eru í mun til ćvigt reina og fullkomna Gud.

Dánjal profetur var eitt dřmi um sanna halgan. Alt líviđ tćnti hann trúfastur Harranum. Hann var “hřgt elskađur” í Himli.Men heldur enn at blása seg upp sum reinan og halgan, gjřrdi hann seg til eitt viđ falna fólk sítt, táiđ hann bađ fyri teimum. “Tí ikki á rćttvísisgerđir okkara grunda vit eyđmjúku břnir okkara, sum vit bera fram fyri ásjón tína – nei, á stóru miskunn tína.” . . .”vit hava syndađ, vit hava veriđ ógudilig!”Og hann segđi víđari, at táiđ hann talađi og bađ, váttađi hann bćđi sína egnu og fólksins syndir. Og táiđ ein sonur Guds, ein eingil, seinni kom at kunna Dánjal, segđi Dánjal um ta ferđina, at “andlit mítt skifti lit og varđ líkbleikt, og eingin megi var eftir í mćr.

Táiđ Job hoyrdi Harrans rřdd úr ódnarveđrinum, segđi hann: “Eg . . .angri í střv og řsku!”. . . Og táiđ Esajas sá dýrd Harrans og hoyrdi seráfarnar rópa: “Heilagur, heilagur, heilagur er Gud herskaranna,” rópti hann “Vei mćr, tađ er úti viđ mćr!”Og Paulus, sum varđ tikin upp í triđja himmal, har hann hoyrdi óútsigandi orđ, sum menniskjum ikki er loyvt at siga, og tá umtalađi hann seg sjálvan sum “hin vánaligasta av řllum halgađum.”Og hřgt elskađi Jóhannes, sum legđi vangan at brósti Jesusar og sá dýrd hansara, upplivdi seinni: “Táiđ eg sá hann, fall eg sum deyđur niđur fyri fřtur hansara.”

Tey, sum ganga í skugga krossins á Golgata, hevja seg ikki sum syndafrí.Tey kenna á sćr syndirnar, sum vóru skuld í deyđakvřl Jesusar til hjartađ brast. Tankin ger tey eyđmjúk.Tey, iđ liva Jesusi nćr, síggja betri enn onnur, hvussu veik og syndamikilvit eru, og at einasta vónin er krossfesti og upprisni Frelsarin.

Misskilt halgan
Halganin, sum nú tekur seg fram í trúarheiminum,leiđir til sjálvprísan og háan av lóg Guds, sum ikki er bíbilskur kristindómur. Talsmenn hennara siga, at halganin kemur í somu lřtu viđ trúnnieina, og tá fćr fullkomna halgan. Tey siga, at ”tćr nýtist einans trúgv, so er alt í lagi.”Eftir teirra fatan krevst einkiannađ av tí umvenda. Samstundis vraka tey myndugleikan í lóg Guds og siga, at tey nýtast ikki at halda bođini. Men ber tađ til at vera halgađ/ur – at vera í samljóđ viđ vilja og lyndi Guds – uttan at liva í samljóđ viđ ađalreglurnar, sumvísahansara vilja og natúr?

Ynskiđ um at hava ein lćttan kristindóm, sum hvřrki krevur stríđ, stremban ella sjálvsnoktan frá heimsins dáralćti, hevur gjřrt lćruna um trúgv og trúgv eina sera vćl lýdda. Men hvat sigur Bíblian um tađ? Ápostulin Jákup skrivar: “Hvat hjálpir tađ, brřđur mínir! Um ein sigur, hann hevur trúgv, tá hann hevur ikki verk? Mann trúgvin fáa frelst hann?”. . . “men ynskir tú, tankaleysa menniskja, prógv fyri, at trúgv uttan gerđir er deyđ? . . .”Tú trýrt, at Gud er ein. Tađ gert tú beint! Hinir illu andar trúgva tađ viđ, og skelva!. . . Ábraham, fađir okkara, varđ hann ikki rćttvísgjřrdur av verkum, táiđ hann ofrađi son sín Ísak á altarinum? Tú sćrt, at trúgvin virkađi saman viđ verkum hansara, og at viđ verkunum varđ trúgvin fullkomin . . . Tit síggja, at menniskjađ verđur rćttvísgjřrt av verkum og ikki av trúgv eina.”

Bíblian gongur beint ímóti tí fjřtrandi svikalćruni um trúgv uttan gerđir. Trúgv eigur ikki Himmalsins vćlvild uttan eisini at lúka treytir fyri at fáa Guds náđi – annars er slík ákallan grovt ovurdirvi. – Hin sanna trúgvin byggir á lyftini og treytirnar í Skriftini.

Lat ongan lumpa sjálvan seg viđ at trúgva seg halgađan og samstundis viđ fríum vilja at bróta bođ Guds. Tilvitađ synd fćr rřdd heilaga Andans at tagna og dregur sálina burtur frá Gudi. “Synd er lógbrot,” og einhvřr “sum syndar, hevur hvřrki sćđ hann ella kent hann.”20 Hóast Jóhannes í brřvunum talar nógv um kćrleikans týdning, drálar hann ikki viđ at avdúka lyndiđ teirra, sum siga seg halgađ, hóast tey í heilum bróta Guds lóg. Tann, sum sigur: “Eg kenni hann! – og heldur ikki bođ hansara – hann er lygnari, og í honum er sannleikin ikki, men tann, iđ heldur orđ Harrans, í honum er av sonnum kćrleiki Guds vorđin fullkomin - av hesum vita vit, at vit eru í honum.”

Hesi orđini royna á hárhvassan hátt allar játtanir hvřrt tćr eru sannar ella ósannar!Hetta er royndin til játtan hjá tí einstaka. Vit kunnu ikki rokna ein fyri halgađan, uttan at viđkomandi nýtir hin einasta mátistokkin hjá Gudi fyri halgan í Himli og á jřrđ. Um fólk ikki viđurkenna týdningin av morallógini, og vanćra hennara forskriftir frá Gudi, ja bróta bert tađ minsta av hesum bođum, og lćra onnur tađ sama, so hevur Himmalin onga virđing fyri teirra játtan. (Matt 5:19) Og vit kunnu tá vita, at krav teirra um at verđa sćdd sum halgađ, er ógrundađ og uttan rćttindir.

Sigur persónur seg syndafrían, tá er tađ í sjálvum sćr ein vitnisburđur um, at hann ikki er halgađur. Viđkomandi kann ikki hava eina sanna fatan av óendaliga reinleika og heilagleika Guds ella av, hvussu langt ein skal náa fyri at vera í fullum samljóđi viđ lyndi Guds. At siga seg tađ, prógvar eina vánaliga fatan av Jesu heilagleika og reinleika og samstundis eina lítla fatan av syndarinnar óndskapi og viđurstygd. Júfjarari hann er frá Kristusi, jú verri er fatanin av guddómligu krřvunum, og jú rćttvísari er hesin persónurin í egnum eygum.

Heilsugóđur lívsstílur er ein moralsk ábyrgd (viđm. niđanfyri kapitliđ)

Halganin, sum Skriftin talar um, fevnir um allan persónin – hugburđ, kropp og sinn (anda, likam og sál). Paulus bađ á henda hátt fyri tessalónikum:“Og Hann sjálvur, Gud friđarins, heilaggeriđ tykkum, řll sum tit eru, og mátti bćđi andi, sál og likam tykkara verđi varđveitt fullkomin, ólastandi, í komu Harra okkara Jesusi Krists!”Og so skrivađi hann til í Rom: “Eg áminni tykkum tí, brřđur, viđ miskunn Guds, at bera fram likam tykkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur – hetta er andaliga gudsdýrkan tykkara.”

Í gamla Ísrael vóru offur til Gud vćl og virđiliga kannađ. Funnu tey okkurt lýti á djóri, varđ tađ vrakađ, tí Gud kravdi at offurdjórini skuldu vera lýtaleys. Tí vórđu tey kristnu í Rom mint á at bera sítt likam fram “sum eitt livandi og heilagt offur, iđ Gud hevur tokka til”. Allir eginleikar og orka mugu varđveitast so vćl sum til ber. Fyri at gera tađ eiga řll evnir og allar kreftir at varđveitast í besta standi.

Alt tađ, sum minkar um andaligu ella likamligu styrkina, ger menniskjuna óskikkađa til at tćna sínum skapara. Vil Gud verđa nřgdur viđ minni enn tađ besta, sum vit kunnu geva? Jesus segđi: “Tú skalt elska Gud av řllum hjarta tínum.” Tey, sum av fullum hjarta elska Gud, vilja tćna honum so vćl sum til ber, og vilja altíđ sum best royna at fáa eginleikarnar og orkuna í samljóđ viđ tćr lógir, sum styrkja evnini at gera vilja hansara. Tey halda aftur fyri matarlysti og ovurhugi, sum er til skađa, tí tey vilja ikki minka ella vanćra tađ offur, tey bera himmalska Fađiri sínum.

Pćtur sigur: “Haldiđ tykkum burtur frá hinum holdsligu lystum, sum eru í bardaga viđ sálina!”Allur syndigur stuttleiki doyvir andaligu evnini og ger bćđi vit og skil veikari, soleiđis at andin og Bíblian einans í lítlan mun kunnu ávirka hjartađ.

Paulus skrivađi til samkomuna í Korint: “so latiđ okkum reinsa okkum frá řllum, iđ ger okkum órein – á holdi og á anda – og soleiđis fullfřra heilaggering í gudsótta!”Til galatar skrivađi hann: “Men ávřkstur Andans er: kćrleiki, gleđi, friđur, langmóđ, mildleiki, góđska, trúfesti, spakfřri, fráhald, - móti slíkum er lógin ikki.”

Hóast hesar hugkveikjandi útsřgnir minkamong játtandi kristin um orku sína viđ stremban eftir egnum vinningi og til dřmis viđ at fylgja móta. Mong vanćra likamiđ viđ at oveta seg, drekka sterkan lřg og viđ luttřku í bannađum gamansleikum.

Heldur enn at átala hetta, eggjar kirkjan ofta fólki til at halda fram viđ sínum matarlysti, gramleika eftir pengum, spćlisjúku og řđrum, fyri á henda hátt at fylla kirkjukassan, sum hin alt ov lítli kćrleikin til Kristus ikki megnar at fylla. Um Jesus kom inn í kirkjur okkara og sá veitslurnar og vanvirđingina í navni kristindómsins, hevđi hann so ikki rikiđ fólk á dyr, sum vanćra halgidómin eins oghann rak handilsfólkini út úr templinum?

Ápostulin Jákup sigur, at vísdómur úr erva “er fyrst og fremst reinur.” Um hann hevđi hitt tey, sum taka dýra navn Jesusar á tungu, sum eru dálkađ av tubbaki, og hvřrs andadráttur og likam eru súrgađ av ódámliga deymi tess, og sum dálka ta frísku luftina og á henda hátt eisini noyđa onnur til at anda eitriđ í seg – kom hann í samband viđ hendan óvanan, sum so ómetaliga stríđir ímóti reinleika gleđibođskapsins – hevđi hann so ikki eisini fordřmt tađ?

Um ápostulin kom í samband viđ royking, eina so stóra andsřgn til reinleika gleđibođskapsins – hevđi hann so ikki fordřmt hana sum verđsligan, sansaligan devulskan vana?Tubbaksins trćlir, sum halda seg vera fullkomiliga halgađir, tala um vón sína at koma í Himmalin, men orđ Guds sigur greitt, at “einki óreint skal koma inn í stađin....”. . .

“Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu?”. . .“Tit eru dýrt keypt! Ćriđ tí Gud í likami tykkara!”

Tađ menniskja, hvřrs likam er tempul heilaga Andans, vil ikki gera seg til trćl av skađiligum vana. Evnini og orkan hoyra Jesusi til, sum hevur keypt tey viđ dýra blóđi sínum. Alt hoyrir Harranum til! Hvussu kann eitt menniskja vera skuldarfrítt, um tađ oyđslar burtur alt ríkidřmiđ, sum litiđ er tí til? Fólk, sum játta seg kristin, nýta hvřrt ár stórar upphćddir til gagnleys og skađilig njótingarevnir, međan sálir hungra eftir orđi Guds. Tey rćna tíggjund og gávur frá Gudi. Tey oyđsla heldur til egiđ brúk enn at hjálpa teimum fátćku og stuđla bođanini av gleđibođskapinum.

Um řll, sum siga seg vera kristin, veruliga vóru halgađ, hřvdu tey ikki nýtt pening til gagnleysar og enntá skađiligar njótingar, men boriđ hann til skattkamar Harrans. Tá vórđu hesi fólk fyrimyndir viđ fráhaldi, sjálvsnoktan og offurvilja – og hřvdu veriđ heimsins ljós.

Heimurin er njótingarsjúkur. Reyp viđ lívsverkum, holdsins og eygans lystir stýra fjřldina av fólki. Tey kristnu hava eitt hćgri kall. “Fariđ tí út frá teimum og skiljiđ tykkum frá teimum – sigur Harrin – og nemiđ einki óreint! Tá skal eg taka ímóti tykkum.”26Í ljósinum frá orđi Guds kunnu vit tí siga, at halgan, sum ikki virkar til fult fráhald frá verđins syndigu gerđum og njótingum, kann ikki vera ein sonn halgan.

Střđugt bjartari ljós
Tey, sum fylgja bođnum um at skilja seg út frá fjřldiniog ikki at nerta nakađ óreint, hava fingiđ hetta lyfti frá Gudi: “Fariđ tí út frá teimum og skiljiđ tykkum frá teimum – sigur Harrin.”. . .“Og eg skal vera tykkum Fađir, og tit skulu vera mćr synir og dřtur – sigur Harrin, hin Alvaldi.”. . .Tađ er ein framíhjárćttur og ein skylda hjá tí einstaka kristna at hava gott innlit í tađ, sum hoyrir Gudi til. “Eg eri heimsins ljós,” segđi Jesus. “Tann, iđ fylgir mćr, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.”. . .“Men gřtan, iđ hini rćttvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verđur bjartari og bjartari, inntil hádagur er.”

Hvřrt fótafet í trúarlýdni leiđir sálina nćrri heimsins ljósi, og í honum “er als einki myrkur.”Kláru ljósstrálurnar frá“rćttvísins sól” skína á tćnarar Guds, sum skulu endurspegla tađ.

Eins og stjřrnur siga okkum um stórt ljós í Himlinum, hvřrs dýrd hevur gjřrt tćr bjartar, soleiđis skulu tey kristnu eisini vísa řđrum, at Gud situr í hásćti universins viđ einum lyndi, sum er lov og prís verdugt at eftirgera. Andaligu dygdirnar og reina lyndiđ Guds vilja tá síggjast aftur í vitnum hansara - sum vórđu tey til stjřrnur.

Í Kolossubrćvinum talar Paulus um tćr ríku signingarnar til břrn Guds: “Frá tí degi, vit hoyrdu tađ, hava vit ikki hildiđ uppat at biđa fyri tykkum og břna um, at tit skulu fyllast viđ kunnskapi um vilja hansara í řllum vísdómi og andaligum viti, til at liva Harranum verdiga, sum honum líkar á allan hátt, og viđ kunnskapinum um Gud bera ávřkst, vaksa í řllum góđum verki og styrkjast viđ allari styrki eftir kraft dýrdar hansara til alt tol og langmóđ, so tit viđ gleđi takka Fađirinum. . .”

Eina ađrastađni ynskir Paulus, at brřđurnir í Efesus fara at skilja vaviđ av tí framíhjárćtti, sum kristin hava.Hann lýsir hugvekjandi ta undirfullu kraftina og innlitiđ, sum synir og dřtur hins Hćgsta kunnu fáa. Tit skulu “styrkjast viđ anda hansara í innvortis menniskja tykkara” so tit verđa “rótfest í kćrleika,” og “saman viđ řllum hinum heilagu verđa ment at fata, hvřr breiddin, longdin, dýpdin og hćddin er, og kenna kćrleika Krists, sum ber av allari fatan. Men břn ápostulsins kemur í hćddina viđ tí allarstřrsta, sum tey kundu uppliva, táiđ hann biđur: “.... fyri at tit kunnu verđa fylt viđ allari fylling Guds.”

Her sćst hvussu langt vit kunnu koma viđ trúnni á lyftini frá himmalska Fađir okkara, um vit bert lúka krřvini. Viđ Jesusi hava vit atgongd til hásćti Alvaldsins: “Hann, sum spardi ikki sín egna son, men gav hann fyri okkum řll, hvussu skal hann kunna annađ enn geva okkum alt viđ honum?”

Fađirin gav Soninum anda sín óavmarkađ - og vit kunnu eisini fáa fullan lut í fylling hansara. Jesus segđi:“Vita nú tit – sum ónd eru – at geva břrnum tykkara góđar gávur, hvussu mikiđ meira skal tá Fađirin í Himli geva teimum heilaga andan, sum biđja hann?”. . . “Biđja tit um nakađ í navni mínum, skal eg gera tađ.”. . .“Biđiđ, og tit skulu fáa, fyri at gleđi tykkara kann verđa fullkomin!”

Hin střrsta gleđin
Líviđ hjá einum kristnum eigur at vera merkt av eyđmjúkleika og ikki av dapurleika ella ovursmćdni. Tađ er framíhjárćttur hins einstaka at kunna liva soleiđis, at Gud tekur undir viđ at signa hann og hana.

Tađ er ikki vilji Fađirs okkara í Himli, at vit skulu liva glatađ í banning ella í myrkri. At ganga viđ boygdum hřvdi, innatvendur og viđ sjálvbrigdandi hjarta, er ikki tekin um sannan eyđmjúkleika. Vit kunnu jú fara til Jesus at verđa reinsađ, so vit standa reyst fyri lógini, og kunnu liva uttan skomm ella samvitskubit. “So er nú eingin fordřming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.”

“Viđ Jesusi verđa falnu synir Adams til synir Guds.”. . .“Tí, bćđi hann sum halgar, og tey, sum verđa halgađ, eru řll av einum; tí skammast hann ikki viđ at kalla teir brřđur.” Tann kristni eigur at liva lív sítt í trúgv, í sigri og í gleđini á Gud. “Tí alt tađ, sum fřtt er av Gudi, sigrar heimin; trúgv okkara.” . . .

Tćnari Harrans, Nehemias, segđi av sonnum hetta: “Tí gleđin í Harranum er styrki tykkara”. . . Og Paulus segđi somuleiđis: “Gleđist í Harranum, altíđ! Aftur sigi eg: Gleđist!”. . .“Veriđ altíđ glađir, biđiđ uttan íhald, og takki í řllum fřrum – tađ er vilji Guds viđ tykkum í Kristi Jesusi.”

Soleiđis eru fruktirnar av bíbilskari umvending og halgan. Táiđ vit nú so sjáldan síggja hesar fruktir, er grundin tann, at hin kristni heimurin sćr rćttvísisins stóru ađalreglur í lóg Guds viđ stórari líkasćlu. Tí síggja vit so lítiđ til djúpa og varandi virknađinum av Anda Guds, sum sermerkti vekingarnar fyrr í tíđini.

Tađ er undur eygleiđingini, at vit broytast. Táiđ heilaga Skriftin, sum Gud brúkar at opinberađ sítt fullkomna lyndi, er so illa vanrřktađ, og fólk ístađin venda sćr til lćrir og ástřđir manna, er einki undur í, at tađ gongur aftur á hond viđ livandi gudsótta í samkomuni. Harrin sigur: “Kelduni viđ hinum livandi vatni, vendu tey bakiđ og gróvu sćr brunnar, brunnar viđ sprungum, sum ikki halda vatniđ.”34 . . .

“Sćlur er mađur, iđ ikki gongur í ráđi hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr, har spottarar sita, men hevur gleđi sína í lóg Harrans og grundar á lóg hansara bćđi dag og nátt”. . .“Hann er sum trć, plantađ viđ vatnslřkir, iđ ber ávřkst sín á rřttum tíma, og sum blřđini ikki fřlna á; řllum, sum hann ger, hevur hann eydnu viđ.”35. . .

Ikki fyrr enn lóg Guds aftur fćr rřttu střđu sína, kann ein endurveking koma av tí upprunaligu trúnni og gudsóttanum hjá teimum, sum játta seg til at tćna Gudi. “So sigur Harrin: Standiđ viđ vegirnar og hyggiđ eftir, spyrjiđ um hinar gomlu gřtur, spyrjiđ, hvar leiđin liggur til hitt góđa, og gangiđ hana! So skulu tit finna sálum tykkara hvílu. Men tey svarađu: Hana vilja vit ikki ganga!”