Bardagin Mikli kapitel 28. Fra side 479tilbage

Dómstímin

Dánjal profetur skrivaði: “Meðan eg hugdi at hesum, vórðu stólar settir fram, og Ein, sum gamal var, settist; klæði Hansara vóru hvít sum kavi og hárið á høvdi Hansara var sum rein ull; hásæti Hansara var eldslogar, og hjólini undir tí vóru sum brennandi eldur. Eldstreymur gekk út frá Honum, og túsund túsund tæntu Honum, og tíggjutúsund tíggjutúsund stóðu fyri Honum. Rætturin varð settur, og bøkurnar vórðu lætnar upp.”

Soleiðis sá profeturin stóra hátíðardagin, tá lív og lyndi hjá øllum skal kannast av lóggevara og dómara heimsins. “Táið hann lønar øllum menniskjum aftur tað, ið tey hava gjørt.” Tann gamli av døgum er Gud Faðir, sum Sálmaskaldið segði: “Áðrenn fjøllini vórðu til, og tú skapti jørðina og jarðarríkið, ja, frá ævunum til ævirnar ert tú, o Gud! ”2 Hann er upphavið til alt livandi og til alla lóg. Hann leiðir rættin í hásætinum. Heilagir einglarí túsundatali tæna har og eru vitnir við hendan høga rættin.

“Og eg fekk aftur at síggja í náttarsjónum, og sí, á skýggjum himinsins kom ein, ið líktist menniskjasyni. Hann nærkaðist honum, ið gamal var, og varð leiddur fram fyri hann. Og honum varð givið vald og tign og ríki; Honum skulu tæna allar tjóðir av øllum londum og tungumálum; vald hans er ævigt vald, ið ikki man vikast, og ríki hans kann aldri farast.”

Koma Kristusar, sum her umtalast, er ikki afturkoman til jarðar, sum tey hildu í 1844. Her kemur hann til hin gamla av døgum í Himli at taka ímóti harradømi, heiðuri og kongaríki. Hetta verður givið honum við endan av verki hansara sum millumgongumaður. Tað er hendan koman, og ikki tann misskilta afturkoman til jørðina, sum profeturin spáddi atbyrja við endan avteimum 2300 døgunum, og varð funnið til 1844 e.Kr.

Saman við himmalskum einglum fór stóri Høvuðsprestur okkara inn í tað Allarheilagsta í Himli og steig fram fyri Gud Faðir at byrja síðsta partin av tænastuni fyri menniskjum - og har at avgreiða ta rannsakandi rættarviðgerðina, og gera sátt fyri øll, sum eiga rættin til at fáa gagnið av sáttargerð hansara.

Í skuggatænastu Ísraels vóru tað einans tey, sum komu fram fyri Gud, og høvdu játtað og angrað syndirnar, hvørs syndir við syndaoffurblóði symbolst varð borið inn í halgidómin í undanfarna árinum, sum áttu lut í tænastuni á stóra bótardegi.

Soleiðis er eisini við evstu fyribøtingina á tí veruliga stóra bótardegi, eisini nevndur “dómstími hansara”(Áp 17:31& Op 14:7). Tað merkireins og tað var í gamla Ísrael,at kannandi rættaravgerðin á stóra bótardegi einans fevnir um tey, sum hava játtað seg til Guds børn. Bert teirra mál eru á skránni “dómstíma hansara.”

Dómurin yvir tey gudleysu er seinni: “Tí at nú er tíðin komin, til at dómurin skal byrja við Guds húsi; men byrjar hann fyrst við okkum, hvat fer tá endin at verða á teimum, sum eru ólýðin móti gleðiboðskapi Guds.”

Bøkur verða latnar upp
Dómarnir grundast á bøkur Himmals, og verða í mun til hvat er skrivað út fyri navninum hjá tí einstaka. Dánjal skrivar: ”Rætturin varð settur, og bøkurnar opnaðar.” Og Opinberingin lýsir ta somu stórhendingina og leggur afturat: “Og eg sá teir deyðu, stórar og smáar, standa framman fyri hásætinum, og bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, og tað er lívsins bók, og hinir deyðu vórðu dømdir eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum.”5 (At deyð standa við hásætið er myndatalað fyri dómin í fráveru,in absentia. Tað samsvarar t.d. 2 Sam 14:14& Op 11:18)

Í lívsins bók eru nøvn teirra skrivað, sum einaferð eru farin at tæna Gudi. Jesus segði við lærusveinarnar: “Men gleðist ikki um tað, at andarnir eru tykkum undirbrotligir, gleðist heldur um tað, at nøvn tykkara eru uppskrivað í Himlunum.”

Paulus talaði um trúføstu starvsfelagir sínar, “hvørs nøvn standa í lívsins bók.” Dánjal sá “trongdartíð,sum higartil ikki hevur havt sín líka, men um ta tíðina skulu øll tey verða frelst, sum skrivað standa í bókini.” . . .Og Opinberingin sigur, at: “als einki óreint skal koma inn í Himmalin, ei heldur tann, sum fremur andstygd ella fer við lygn; eina teir, sum skrivaðir eru í lívsins bók Lambsins.”

Malakias skrivaði, at “bók varð ritað frammi fyri ásjón hansara til minnis um teir, ið óttast Harran og hávirða navn hansara.“Øll orð í trúgv og allar kærleiksfullar gerðir verða skrivaðar í Himli. Nehemias segði tað soleiðis: “Minst mær hetta aftur Gud mín og strika ikki tær góðgerðir út, ið eg havi gjørt fyri hús Guds míns í tænastu Hans!”

Allar rættvísar gerðir verða skrivaðar í Guds bók. Førdur verður eisini neyvur roknskapur fyri hvørja freisting og alt ónt, sum vunnið er á. Umframt øll kærleiksfull viðurkennandi orð og sýndar samkenslur. Alt ósjálvsøkni, hvør líðing og sorg, sum told er fyri Kristus, er feld niður. Sálmaskaldið sigur: “...tár míni eru goymd í tíni skál og bók.”

Eisini er roknskapur fyri allar syndir manna førdur, tí “Gud krevur teg til roknskap fyri eina og hvørja gerð, alt í tí dulda, gott ella ónt,” skrivaði Salomon, og Jesus segði: “Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað. Tí at av orðum tínum skalt tú verða kendur rættvísur, og av orðum tínum skalt tú verða dømdur sekur.”

Allar mannsins loyniligu ætlanir, vælvilji og illvilji, alt er neyvt upplistað. Gud “skal leiða fram í ljós alt tað, sum fjalt er í myrkrinum og opinbera ráð hjartanna!” . . .“Síggj, tað stendur skrivað fyri mínari ásjón . . . teirra egnu og fedranna syndir, báðar tilsamans, sigur Harrin.

Gud rannsakar sítt neyvt bókaða yvirlit um lívið hjá tí einstaka, antin tað er bókað undir trúfesti ella trúloysi. Út fyri hvørt navneru øll skeiv orð, alt sjálvsøkni, allar ónøktaðar skyldir, allar syndir, loyniligar ella ikki, og snildir at føra onnur av leið, skrivað við hárhvøssum nærlagni. Vrakaðar ávaringar av Himli, spiltar løtur, góðarella vána ávirkanirog avleiðingarnar. Alt verður skrivað í bók av tí eingli, sum førir pennin.

Lív og lyndi hins einstaka verður mett eftir lóg Guds. Hin vísi Salomon segði: “Niðurløgan, tá ið alt er hoyrt, er: Óttast Gud og halt boð Hansara, tí at tað eigur hvør maður at gera. Tí at Gud skal føra hvørt eitt verk fram fyri dómin, sum hildin verður yvir øllum tí, sum dult er, hvørt tað so er gott ella ilt.”. . . Jákup áminti brøðurnar og skrivaði: “Talið tí so og gerið tí so sum teir, ið skulu verða dømdir eftir lóg frælsisins.”

Tey, sum í hesum høga rætti verða “roknað verdug,” fáa lut í uppreisn teirra rættvísu frá deyðum (av Guds náði).Jesus segði, at “tey, skulu koma fram; tey, sum hava gjørt gott, skulu rísa upp til lív, og tey, sum hava gjørt ónt, skulu rísa upp til dóm.”. . .“tey eru jú einglum lík, tey eru børn Guds, tí tey eru børn uppreisnarinnar.”

Tey rættvísu koma tí ikki upp úr gravunum fyrr enn eftir dómin, sum kendi tey verdug “at rísa upp til lív.” Tí eru tey ikki persónliga hjástødd við dómstólin, táið bók lívsins verður grannskoðað og sak teirra avgjørd. (dømd ‘in absentia’ vil siga í fráveru.)

Jesus er verji og førir sak teirra hjá Gudi. “Men um onkur syndar, tá hava vit ein talsmann hjá Faðirinum, Jesus Kristus hinum rættvísa “ . . .“Tí at Kristus gekk ikki inn í halgidóm, gjørdan við hondum, avmynd av hinum sanna halgidómi, men inn í sjálvan himmalin, til tess nú at koma fram fyri ásjón Guds fyri okkara skuld ” . . . “Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guds, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum.”

Táið bøkurnar verða latnar upp, sær Gud, hvussu øll, sum trúð hava á hann, hava livað. Talsmaður okkara leggur fyrst málini fram hjá teimum, sum livdu fyrst á jørðini. Síðani kannarhann øll ættarliðini og endar við teimum, sum enn eru á lívi. Hvørt eitt einasta navn verður nevnt og hvørt tað einasta mál verður neyvt kannað. Nøkur verða góðkend og onnur verða vrakað. Um syndir standa skrivaðar, sum ikki eru angraðar og fyrigivnar, verður navnið á honum ella henni strikað úr bók lívsins. Harrin segði við Móses: “Hann, ið syndað hevur ímóti mær, vil eg strika út av bók míni!” Og profeturin Ezekiel hevur skrivað: “Men táið hin rættvísi vendir frá rættvísi síni og ger órætt, ger eftir øllum viðurstygdunum, ið hin gudleysi ger ? skuldi hann tá sloppið at liva! ?Eingin av rættvísisgerðunum, ið hann hevur gjørt, skal verða roknað honum; fyri trúloysið, ið hann hevur víst, og fyri syndina, ið hann hevur gjørt, skal hann doyggja.”

Kristus er verji teirra, sum leitaðu til Gud
Øll, sum av sonnum hava angrað sína synd og í trúgv skjóta seg undir Kristi blóð til sáttaroffur, fáa skrivað ‘fyrigivið’ afturat navninum. Tey hava fingið lut í rættvísi Krists og lyndið mett at samsvara við lóg Guds. Tí verða teirra syndir strikaðar, og tey eru tá fult verdug til æviga lívið. Við Esajasi sigur Harrin: “Eg eina striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar.” Og Jesus segði: “Tann, ið sigrar, skal soleiðis verða latin í hvít klæðir, og eg skal ikki strika navn hansara út úr lívsins bók, og eg skal kennast við navn hansara fyri faðir mínum og fyri einglum -hansara.” . . . “Hvør tann, sum kennist við meg fyri menniskjum, hann skal eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í Himli. Men tann, ið avnoktar meg fyri menniskjum, skal eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í Himli.”

Sjálvt hin djúpasti áhugin fólk kunnu hava í rættarmáli á jørðini bliknar burt samanborið við tann áhugan og ta innlivan, sum tær himmalsku verurnar sýna, táíð tey einstøku nøvnini í lívsins bók verða løgd fram fyri dómara heimsins.Guddómligi talsmaðurin biður um, at øll, sum við trúgv á blóð sítt fáa staðfest fyrigevingina í sigri hansara, verða boðinvið heim í Eden, at verða krýnd sum samarvingar hansara til tað upprunaliga harradømi:“Tað skal lutast tær, kongadømi yvir dóttir Jerúsalems.”

Satan strembaraltíð eftir at freista og dára okkara ætt fyri at kollrenna Guds heilagu ætlan við at skapa menniskjuna. Nú biður Kristus fyri, at upprunaliga ætlanin við skapanini skal fremjast, eins og menniskjað ongantíð fall í synd.Hann biður ikki bert um at fyrigeva og rættvísgera fólk sítt, men eisini fyri, at tey fáa lut í dýrdini og sleppa at sita við hásæti hansara.

Ímeðan Jesus er í forbøn fyri øllum, sum tóku ímóti náðini, ákærir Satan tey fyri syndarar. Stóri svikarin royndialt at gera tey mistrúgvin. Hann royndi at minka álitið á Gudi, og tølatey úr kærleikanum við at bróta lógina. Nú peikar Satan á lívssøgurnar og lyndisbrekini, sum ikki samsvaraðuvið Kristus og at tey tí hava vanvirt Frelsaran. Hann minnir á allar syndirnar, sum hannvilleiddi tey at gera og sigur, at tey eru ogn sín.

Jesus ber ikki í bøtuflaka fyri nakra synd, men vísir á teirraiðran og trúgv. Ímeðan hann lyftir sármerktu hendurnar upp fyri Faðirin og heilagu einglunum, krevur hann tey fyrigivin og sigur: “Eg kenni tey við navni, eg havi tekna tey við mínum hondum.”. . . “Offur mítt til Gud er sundurbrotin andi; Gud, tú vrakar ei brotið og sundurfarið hjarta!” . . . “Og eingil Harrans mælti við Satan: »Harrin havi at tær, Satan, Harrin, ið útvaldi Jerúsalem, havi at tær! Er ikki hesin eins og brandur riptur út úr eldi?«”

Kristus vil lata tey trúføstu í sítt egna rættvísi. Hann vil “leiða samkomuna fram fyri seg í dýrd, uttan blett ella rukku ella nakað av tílíkum, at hon kundi vera heilag og lýtaleys.” Nøvn teirra standa í lívsins bók, og har er skrivað, at ”teir skulu ganga við mær í hvítum klæðum, tí at teir eru tess verdir.”

Soleiðis verður hetta lyfti í nýggja sáttmálanum uppfylt: “Eg skal fyrigeva misbrot teirra og ikki longur minnast synd teirra” . . . “Á teimum døgum, á teirri tíð, sigur Harrin, skal vera leitað eftir misbroti Ísraels, men tað skal ikki vera til, og eftir syndum Júda, men tær skulu ikki vera at finna; tí Eg skal fyrigeva teimum, ið Eg lati verða eftir.” . . .

“Tann dag skal kvistur Harrans vera til prýði og heiður, og ávøkstur landsins teimum av Ísrael til rós og prýði, sum undan sleppa. Og so skal verða, at leivdin í Zion og tey, sum eftir eru í Jerúsalem, skulu kallast heilag, ein og hvør, sum innskrivaður er til lívið í Jerúsalem.”

Syndin er avskaffað og ikki longur til
Kannandi rætturin er liðugur og syndin strikað áðrenn Jesu afturkomu. Av tí, at tey deyðu skulu dømast eftir tí, sum skrivað er í bókunum, ber ikki til at strika syndirnar, innan lív teirra hevur verið mett. Pætur segði, “at syndir tykkara mega verða strikaðar, so at sálarbótar tíðir kunnu koma frá ásjón Harrans, og hann kann senda tann Kristus, sum tykkum er tilætlaður, Jesus.”19. . . Táið rætturin við hásætið er liðugur, kemur Jesus aftur og hann hevur løn sína við sær: “Sí, Eg komi skjótt, og løn mína havi eg við mær til at gjalda einum og hvørjum, eftirsum verk hansara er.“(Op 22:12)

Í skuggatænastuni á jørðini kom høvuðspresturin út og signaði samkomuna, eftir athann hevði veitt Ísrael sáttargerðina. Kristus stígur eisini fram, eftir at millumgongutænastan er endað, og “soleiðis skal eisini Kristus, eftir tað, at hann eina ferð er vorðin framborin fyri at bera syndir hjá mongum, á øðrum sinni, uttan synd, birtast til frelsu fyri teimum, sum honum bíða.”

Eins og høvuðspresturin legði syndirnar yvir á høvd Azazels og sendi hann út úr halgidóminum, vil Kristus leggja allar syndir teirra frelstu á Satan, upphavsmann syndarinnar. Syndabukkurin, Azazel, sum bar allar syndir Ísraels, varð leiddur “út í oyðimørkina”

Soleiðis vil Satan, orsøkin til alla synd hjá børnum Guds, í 1000 ár sita fangi á jørðini, sum tá er oyðin og tóm (‘arbeiðsleysur’ - eingin er eftir at tøla). At enda fær hann syndarinnar fullu revsing í ósløkkjandi eldi, sum brennur til einki er eftir at brenna. Stóra endurloysingarætlan Gudser tá fullførd, og øll synd skrødd upp við rót, slettað og týnd til øsku, ímeðan tey, sum havnaðu syndina, eru bjargað.

Rættvísur dómari
Til ásettu tíð, táið ”dómstímin” byrjaði í 1844 við endan av ”2300 døgum”, varð byrjað at strika syndir, sum skrivaðar eru í Himli. Øll, sum onkuntíð hava játtað seg til navn Krists, fáa væl og virðiliga søk sína viðgjørda. Bæði tey livandi og tey deyðu verða dømd eftir tí, sum skrivað er í bókunum – bæði eftir gerðum og tankum.

Syndir, sum ikki eru angraðar og framhaldadi verða gjørdar, verða ikki fyrigivnar. Tær verða ikki strikaðar, men verða standandi og vitna ímóti syndaranum hin stóra dómadag Guds. Hvørt tær eru framdar á degi ella á nátt, so liggja tær víðopnar fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri. Einglar Guds hava sæð hvørja einastu synd og hava ført neyvan roknskap við teimum.

Menniskju kunnu avnokta syndir og krógva tær fyri bæði pápa, mammu, hjúnafelaga, børnum og starvsfeløgum. Kanska hin seki er tann einasti, sum veit um sítt brot – men tær himmalsku verurnar síggja alt.

Hvørki náttarmyrkurella tað mest sniðfundiga svikið kannkrógvast fyri tí æviga Gudi, sum sær alt. Harrin kennir allar falskar roknskapir og sær allan órætt. Hann letur seg ikki lumpa av følskum frómleika. Hann kennir okkara lyndi. Menniskju kunnu lata seg lumpa av spiltum hjarta, men Gud skoðar ígjøgnum allar dularbúnar. Hann sær heilt inn í hjartað og innastu tankarnar.

Tað er álvarsligt. Hvønn dag kemur meira í himmalsku bøkurnar. Tað, sum er sagt og gjørt stendur ikki til at broyta. Einglar skriva alt, bæði gott og ilt. Sjálvt hin sterkasti fær ikki strika søguna um ein einasta dag. Gerðirnar, orðini, ja, sjálvt okkara best goymdu tankar fáa ávirkan á lagnu okkara til frelsu ella glatan. Eisini tað, sum vit hava gloymt, vil antin rættvísgera ella fordøma okkum.

Hugburðurinog lyndiðer endurgivið við sama neyvleikanum, sum andlitsbráiðsæst á plátuni hjá myndatakara. Kortini hugsa fólk lítið og einki um hvat himmalsku verurnar fáa at síggja. Um slørið, sum skilir sjónliga og ósjónliga heimin kundi verði drigið til síðis, og mann sá einglarnar skriva hvørt orð og hvørja gerð, hvussu nógv orð høvdu tá ikki verið ósøgd, og hvussu nógvar gerðir høvdu tá ikki verið ógjørdar?

Í dómsviðgerðini verður mett neyvt um, hvussu hin einstaki nýtti evnini. Hvussu nýtti hvør persónur tað tilfeingið, sum Himmalin gav? Fær Harrin við afturkomuna ogn sína aftur við rentum? Hava tey ment hondsins, hjartans og heilans evnir til Guds æru og heiminum at gagni? Hvussu hava teir nýtttíðina, pennin, røddina, peningin og sínar ávirkanir yvirhøvur? Hvat er gjørt fyri tey fátæku, tey líðandi, tey sorgarbundnu, tey foreldraleysu og einkjurnar?

Gud hevur givið okkum sítt heilaga orð. Hvussu fóru vit um tað ljósið og tann sannleikan, sum okkum varð litin til at geva øðrum menniskjum, sumein vísdóm til frelsu? At játta seg til at trúgva á Jesus Kristus, hevur einki virði í sjálvumsær, tí einans kærleikin, sum sýndur er í verki, verður roknaður fyri sanna vøru. Í himmalsins eygum er tað einans givin kærleiki, sum hevur nakað virði, og tað er uttan mun til, hvussu týdningarleyst, tað kanska kundi tykjast at vera fyri mannaeygum.

Øll krógvað sjálvgóðska er avdúkað í Himmalsins bókum. Misrøktar skyldur ímóti øðrum eru skrivaðar saman við gloymdu krøvum Frelsarans. Her fer at standa, hvussu ofta Satan fekk tíðina, tankarnar og orkuna, sum Kristus av røttum átti. Tað er ein sera syrgilig frágreiðing, sum einglarnir fyri tað mesta hava at bera til Himmalin. Skynsom fólk, sum játta seg til Kristus, stríðast við at skava undir seg jarðiskar ognir og at njóta verðsligar fáfongdir. Pengar, tíð og orka fara til sjálvgleði og njóting, ímeðan bert fáar stundir eru til bøn, bíbliulestur, sálarliga eyðmýking og syndajáttan.

Vit eiga stóra vón
Satan nýtir ótaldar sniðfundigar hættir at flyta tankar okkara burtur frá teimum tingum, sum vit áttu at nýtt meira tíð til. Hann hatar sannleikarnar, sum leiðatankarnar til okkara stóra Talsmann og offur hansara fyri okkum. Tað er alt um at gera fyri hann, at leiða tankarnar burtur frá Jesusi og sannleika hansara, sum sjálvur er Sannleikin.

Tey, sum vilja eiga lut í Frelsarans sáttargerð, eiga ikki at lata nakað órógva eina fulla halgan í gudsótta. Dýrabara tíðin eigur at nýtast til gudsóttandi gransking, og ikki til undirhald, fáfongd og pening.

Guds fólk eigur at hava eina greiða fatan av,“at halgidómurin kom aftur til sín rætt”? tí eftirkannandi rættarviðgerðini. Øll eiga at hava ein persónligan kunnleika til frelsuverkið hjá okkara stóra høvuðspresti. Uttan tann kunnleikan ber ikki til at sýna ta avgerandi trúnna, sum neyðug er í hesum døgum, ella at gera tað verkið, sum Gud vil, at tey skulu gera. Hvørt menniskja eigur eitt lív, sum antin verður frelst ella fer fyri einki. Sak hins einstaka kemur fyri Guds dómstól. Øll koma at standa andlit til andlits fyri dómara heimsins. Tað er tí um at gera, at øll ofta hugsa um hesa hátíðarligu løtuna, táið rætturin varð settur og bøkurnar latnar upp, tí hvør einstakur skal, eins og Dánjal, rísa upp fyri at taka við luti sínum við daganna enda. (Dán 12:13; Jóh 5:29)

Øll, sum skilja tað, skulu vitna um teir stóru sannleikarnar, Gud gav teimum. Halgidómurin í Himli er sjálvur miðdepilin í tænastu Krists fyri menniskjuni. (Hásætið er stovnað til dóms, at døma jarðarríkið við rættisi, Sálmur 9:8-9).

Halgidómstænastan við hásæti Guds viðkemur øllum trúgvandi. Hon vísir endurloysingarætlanina, leiðir okkum til tíðarinnar enda, og vísur okkum sigrandi endan av bardaganum miklaímillum rættvísi og synd – ímillum gott og ilt. Tað hevur alstóran týdning, at øll seta seg væl inn í hesar spurningarnar, so tey kunnu svara øllum, sum biðja um eina frágreiðing av grundarlagnum fyri vónini, sum tey eiga.

Í ævinleikans vektskál
Forbønarverk Kristusar sum talsmaðurin fyri menniskjuni í halgidóminum í Himli hevur eins stóran týdning í frelsuætlanini sum deyðin á krossinum. (’2 alin av sama stykki’, ums.) Við deyða og uppreisn sínari byrjaði Jesus verkið, sum hann fór til Himmals at enda. Í trúnni mugu vit fara afturum forhangið, “har Jesus, fyrirennari okkara, fór inn. Hann sum gjørdist høvuðsprestur í allar ævir á hátti Melkisedeks.”22. . .Her verður ljósið frá krossinum á Golgata kastað aftur. Her fáa vit eitt djúpari innlit í loynidóm frelsunnar, sum fingin er til vega. Og hesin loynidómur lýkur strangastu krøv Guds.

Jesus lat við ofrinum á Golgata vegin upp heilt fram til hásæti Faðirs Síns. Takka veri millumgongutænastu Jesusar í halgidómi Himmals beint nú, so kunnu øll, sum koma til hansara í trúgv, fáa síni erligu ynskir løgd fram beinleiðis fyri Gudi. (Hebr 4:16)

“Tann, sum dylur misgerðir sínar, hevur onga eydnu, men tann, ið játtar tær og vendir sær frá teimum, finnur miskunn.“23Um tey, sum dylja yvir og bera í bøtuflaka fyri syndir sínar, kundu sæð, hvussu Satan fegnast um tey, og hvussu hann háar Kristus og heilagu einglarnar fyri atburð teirra, so høvdu tey skunda sær at játta tær og givist við at gera tær. Satan strembar eftir at eiga fult tamarhald á sinni okkaraumvegis veikleikarnar, ið hann kennir og veit seg at eydnast, táið menniskju krøktu seg í gjørd mistøk. Tí roynir hann alsamt at fáa tann kristna til at trúgva tí mutrandi lygnini, so tað verður ógjørligt at sigra á henni.

Men Jesus lyftir upp sínar særdu hendur í forbøn fyri tey og sigur við øll, sum vilja fylgja sær:“Náði mín er tær nóg mikið.”. . .“Takið upp á tykkum ok mítt og lærið av mær; tí at eg eri spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta, og tá skulu tit finna hvílu fyri sálum tykkara. Tí at gagnligt er ok mítt, og løtt er byrða mín.“. . .Latið ongan trúgva, at brot tykkara ikki kunnu rættast. Gud vil geva øllum trúgv og náði til at sigra á teimum.

Vit liva nú á tí stóra sáttardegnum. Ímeðan høvuðspresturin í offurtænastu Gamlatestamentisgjørdi sátt fyri Ísrael, skuldi fólkið rannsaka síni hjørtu við iðran og eyðmýkja seg fyri Harranum. Gjørdu tey ikki tað, vórðu tey rikin úr samkomuni.Á sama hátt eiga øll, sum vilja hava navn sítt varðveitt í bók lívsins at nýta stuttu tíðina, sum eftir er av náðitíðini, til at eyðmýkja seg fyri Gudi í sannari iðran um syndir sínar. Tað krevur djúpa og sanna sjálvrannsakan. Tað lættsinta grunnskygni, sum mong játtandi kristin hava, má steðga.

Øll, sum vilja vinna á sínum óndu síðum, ið javnan stinga seg upp, hava eitt hart stríð. Men ein persónligur bati má koma og hvør einstakur má við Guds hjálp stríðast í sínum lagi. Vit verða ikki frelst í bólkum.Reinleiki og gudsótti hjá einum, kann ikki bøta trotið hjá øðrum. Hóast allar tjóðir skulu fyri dómstól Guds, vil hann viðgera hvønn einstakan so neyvt og so gjølla, sum um einki annað menniskjafanst jørðini. Hvør tann einasti ein skal verða funnin uttan minsta plett ella rukku, heilagur og lýtaleysur.

Tað síðsta av sáttargerðini er knýtt at einisera hátíðarligari hending. Áhugamálini eru ómetaliga stór. Rættargangurin omanfyri er beint nú, og dómar fellaí halgidómi Himmals. Í mong ár hevur hetta arbeiði gingið ímóti endanum. Skjótt – eingin veit hvussu skjótt – so er komið fram til sakir teirra, sum enn eru á lívi.

Lív okkara verður grannskoðað í nærleika Guds í síni øgiligu tign. Meira enn fyrr er nú alneyðugt, at hvør tann einasti ein heftir seg við áminning Frelsarans: “Verið varnir, vakið og biðið; tí at tit vita ikki, nær tíðin er komin.”. . .“Minst tí til, hvussu tú tókst ímóti og hoyrdi, og varðveit tað og vend um! Um tú tá ikki vakir, skal eg koma eins og tjóvur, og tú skalt ikki vita, hvørja stund eg komi á teg.” . . .

Táið rætturin er liðugur, er lagnan til lív ella deyð eisini avgjørd hjá øllum. Royndartíðin endar stutt áðrenn Harrin kemur aftur á skýggjum himmals. Kristus sær fram til hendan dagin, táið hann sigur:“Tann, sum ger órætt, haldi fram at gera órætt, og hin óreini haldi fram við óreinsku síni, og hin rættvísi haldi fram við rættferð síni, og hin heilagi haldi fram við halgan síni! Sí, eg komi skjótt, og løn mína havi eg við mær til at gjalda einum og hvørjum, sum verk hansara er.”

Tey rættvísgjørdu og tey gudleysu liva framvegissaman í eina tíð á jørðini í deyðiligu støðu teirra – fólk seta niður, planta, byggja, eta og drekka – og eru fullkomiliga óvitandi um, at hin síðsta og ikki afturkallandi avgerðin er tikin í himmalska halgidóminum.Táið Nóa áðrenn syndaflóðina var farin umborð á ørkina, stongdi Gud skipsportrið eftir hann. Hann, familjanog dýrini vórunú stongd inni, og tey gudleysu stongd úti. Í sjey dagar hildu fólk uttanfyri fram við sorgleysa lívinum og háðaðu allar ávaringar um ein komandi dóm, uttan at varnast, at nú var lagnan avgjørd. Frelsarin segði: “Tí at, eins og tey í døgunum framman undan flóðina miklu ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dag Nóa gekk inn í ørkina, og tey vistu av ongum, fyrr enn flóðin kom og tók tey øll ? so skal eisini verða, táið Menniskjasonurin kemur.”27. . .Stillisliga sum tjóvur á nátt - kemur avgerandi tímin, táið lagnan hjá øllum er staðfest – Hin endaliga afturkallanin av náði til syndig menniskju er gjørd. Tað hendir við hørðum rópi úr templi Himmals:“Tað er gjørt!” (Op 16:17)

“Soleiðis skulu tit vaka; tí at tit vita ikki, nær húsbóndin kemur, við sólsetur ella um midnátt, í sólarrenning ella á morgni, at hann ikki má hitta tykkum sovandi, um hann skuldi komið dáttliga.”Tey, sum møðast av slíkari vøku, og venda huginum ímóti heiminum, eru í stórum vanda. Meðan handilsmaðurin vinnur pening, meðan hin spælisjúki hugnar sær og meðan hin fáfongdi prýður seg – tá ber dómari jarðarinnar møguliga fram hendan dómin: “Tú ert vigaður og funnin ov lættur!”