Bardagin Mikli kapitel 29. Fra side 492tilbage

Upphavið til óndskapin

Fyri mong er upprunin og orsøkin til óndskapin stór gáta. Tey síggja syndina elva ræðuliga sorg og vónloysi og spyrja: Hvussu ber hetta til undir valdi Guds ?Honum, sum eigur allan vísdóm, alt vald og er kærleiki? Hettar loyndarmál er ilt at skilja. Í óvissuni eru tey blind fyri sannleikanum, sum er greitt umtalaður í orði Guds og hevur avgerandi týdning fyri frelsuna.

Í grundan um hví syndin er til, royna summi at granska í slíkum, sum Gud ikki hevur opinberað og finna einki svar. Onnur, ið eru stýrd av ivasemi, smávandni og smáligum atfinningarsemi, brúka tað til undanførslu fyri at vraka orð Guds.Uppaftur onnur skilja ikki veruliga trupulleikan við tí ónda, tí siðvenja og skeiv tulking hava kámað læru Bíbliunnar um lyndi Guds, leiðsluna og grundregluna at handfara syndina.

Óloyst gáta
Tað ber ikki til at greina upprunan til synd við góðari grund fyri hví hon er til.Kortini kunnu vit skilja so mikið, bæði um upprunan og endaligu burturbeinanini av allari synd, at vit til fulnar staðfesta rættvísi og kærleika Guds í viðferðini av tí ónda.Einki er greiðari sagt í Bíbliuni enn tað, at Gud á ongan hátt hevði ábyrgdina av,at syndin kom.Tað var ikkiein tilvildarlig afturtøka av heilagari náði ella manglandi heilag stýring, sum skapti høvið til ella gav grundina til uppreistur.Syndin er óboðin gestur, sum eingin haldgóð frágreiðing er til. Hon er ein óskiljandi gáta. At umbera hana er tað sama sum at verja hana. Um tað fanst ein umbering fyri henni ella ein orsøk til, at hon er til, so var hon ikki longur synd. Hin einasta skilmarkan okkara av hugtakinum synd er í Bíbliuni:“Synd er lógbrot.”1 Synd er brot ímóti stóru kærleikslógini - sjálvum grundarlagnum fyri heilaga stýrislagi Himmalsins.

Áðrenn tað ónda kom, valdaði friður og gleði í øllum universinum. Alt var í fullum samljóði við vilja Skaparans. Kærleikin til Guds var markleysur, og øll elskaðu hvønn annan. Kristus, einborni sonur Guds, var eitt við æviga Faðirin – eitt í lyndi og vilja – hin einasti í øllum Alheimi, sum skilti allar tankar og ætlanir Guds. “Tí í honum var alt skapt, tað í Himlinum og tað á jørðini,hitt sjónliga og hitt ósjónliga – veri tað nú hásæti, harradømi, tignir ella vald – alt er skapt við honum og til hansara.”2Og allir skapningar Himmalssýndu sama lýdni ímóti Kristusi sum teir sýnduímóti Faðirinum.

Við tað, at kærleikans lóg er grundarlagið í leiðslu Guds, var eydnan hjá øllum knýtt at fullum samljóð við grundreglurnar í rættvísi. Gud vil, at allir skapningarnir tæna sær av kærleika – og fagna honum við vitbornari fatan av lyndi hansara. Honum dámar ikki tvungið lýdni og gav øllum fría viljansjálv velja, um tey vilja tæna honum. Gud vil hava sannar og frælsar tilbiðjarar.

Upphavsmaður syndarinnar
Men ein var, sum valdi at misnýta hetta frælsið. Syndin kom upp í hann, sum Gud ærdi næst eftir Kristus. Hann var mætasti og mest virdi borgari í Himli. Áðrenn fall sítt var Lucifer ovastur av verjandi kerúbunum, heilagur og ódálkaður.“So sigur Harrin: Tú, sum vart innsigli hins væl fyriskipaða bygnings, fullur av vísdómi og fullkomin í vakurleika. Í Eden, urtagarði Guds, búði tú; alskyns dýrir steinar vóru klædningur tín – karneol, topas, jaspis, krysolit, sjóam, onyks, safir, karfunkul og smaragd, haraftrat gull; trummur og floytur tínar vóru í fullum arbeiði hjá tær; tann dag tú vart skaptur stóðu tær til reiðar.” . . . “Tú vart salvaður kerúbur, sum gav lívd, og eg setti teg á hitt heilaga gudafjalli; har gekst tú um millum skyggjandi steinar. Einki var at finnast at atburði tínum, frá tí degi tú vart skaptur, inntil órættvísi varð funnið hjá tær.”

Lusifer kundi varðveitt tokka Guds og einglanna kærleika. Hann kundi nýtt góðu evnini til signing fyri onnur og æru Skaparans. Men profeturin sigur:“Hjarta títt hugmóðaði sær av vakurleika tínum; við ljóma tínum forkomst tú vísdómi tínum; Eg kastaði teg til jarðar, Eg legði teg niður fyri ásjón konga, so teir kundu skoða teg.”4So við og við gav hann eftir fyri trongdini at hevja seg. Og “aftur fyri at tú í hjartanum heldur teg vera Gud.” . . . “Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: »Eg skal fara upp til himmals, høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt; eg skal seta meg á gudatingfjallið ytst í norðri,” . . . “eg skal fara uppum skýborgirnar; og eg skal gera meg hinum Hægsta líkan!«”5Heldur enn at fagna Gudi sum tann, ið hevur uppiborið tænastu og trúfesti frá øllum skapningunum, so royndi Lusifer at fáa medskapningarnar at tæna og fagna sær. Hesin fúrsti millum einglar øvundaði syni Guds tann heiðurin, Faðirin sýndi honum. Hann strembaði eftir valdinum, sum Kristus átti.

Allur Himmalin frøddi seg yvir at endurspegla dýrd Skaparans og lovprísa honum. Meðan Gud soleiðis varð ærdur av øllum, valdaði friður og gleði.Men nú kom eitt misljóð í Himmalin. Ynskið kom um at hevja seg upp og at lata seg tæna. Tað var ímóti Skaparans ætlan og skapti kenslur av óndskapi, tí dýrd Guds átti ovasta pláss. Himmalsku ráðgevarnir heittu so inniliga á Lusifer um at gevast við síni ætlan. Sonur Guds vísti honum á stórleika, kærleika og rættvísi Skaparans. Hann vísti eisini á heilagu óbroytiligu lóg hansara.

Gud sjálvur hevur grundað alla skipan Himmalsins, og um Lusifer veik frá henni, vanvirdi hann Skaparan og vildi leiða seg sjálvan í fall.Men ávaringin, sum givin varð í markleysum kærleika og miskunnsemi, vakti bara størri mótstøðu. Øvundsjúka Lusifers ímóti Kristusi tók tá yvirhond og hann varð meira avgjørdur.

Av vakurleikans hugmóð vildi Lusifer vera størstur. Hann virdi ikki tann heiður og æru, sum honum longu var veittur frá Gudi. Hann var erpin av útsjóndini og høga starvinum. Hann tráaði nú eftir at verða Guds líki. Himmalsins herskarar elskaðu og ærdu hann. Teir tæntu við gleði eftir boðum hansara. Hann átti vísdóm og heiður, sum var hægri enn hjá hinum einglunum.Men Kristus, sonur Guds, var Himmalsinshægstivið sama valdi og myndugleika sum Faðirin.Kristus luttók í allari ráðlegging, ímeðan Lusifer ikki fekk lut í tí hægstu guddómligu ráðleggingini. “Hví?” Spurdi hesin veldigi eingil. “Hví skal Kristus vera hægsti Harrin? Hví verður honum sýnd størri tign enn mær?”

Táið Lusifer varðloystur úr høga starvinum beint viðhásæti Guds, royndi hann varin og loyndarfullur at íbirta ónøgd ímillum einglarnar. Eina tíð eydnaðist tað honum at krógva ætlanina undir duldum gudsótta. Meðan hann lætst at æra Gudi, royndi hann eisini at skapa misnøgd um lógina, sum er fyri allar himmalskar verur. Hann helt hana vera órímiliga og ov stranga.

Hann segði, at einglarnir í upprunanum eru heilagir í sínum lyndiog kundu ekkaleysir fylgja sínum egnum vilja. Hann royndi eftir at fáa teirra samhuga við at siga, at Gud var órættvísur ímóti sær við at sýna Kristusi størri heiður. Hann vildi vera við, at ynskið um størri vald og heiður ikki komst av nakrari trongd til at upphevja seg sjálvan, men at hann einans royndi at geva øllum íbúgvum Himmalsinseitt størri frælsi - eitt slag av hægri tilverustøði.

Tol Guds við Lucifer
Í stóru miskunn síni bar Gud leingi yvir við Lusifer. Hann varð ikki straks settur úr sínum høga starvi, táið hann fór at vísa misnøgd og siga ósatt fyri teimum trúføstu einglunum. Hóast tað slapp hann at verða verandi í Himli leingi. Ferð eftir ferð fekk hann tilboð um fyrigeving, um hann vildi angra og geva seg undir vilja Guds. Við ómaki, sum bert markleysur kæreiki og vísdómur megnar, varð roynt at sannføra hann um sítt mistak. Ongantíð fyrr hevði nøkur misnøgd verið í Himlinum. Í fyrstuni skilti Lusifer heldur ikki sjálvur, hvørja stevnu hann hevði byrjað. Hann skilti ikki veruligu hesa natúruna í sínum kenslum.

Men táið prógvað var, at misnøgdin var ógrundað, gjørdist hann sannførdur um, at hava órætt, tí tey heilagu krøvini vóru rættvís, og at hann átti at havt játtað tað soleiðis fyri øllum í Himli. Hevði hann gjørt tað, vildi hann havt bjargað sær og nógvum einglum. Hann hevði um hetta mundið ikki heilt slept trúskapinum til Gud. Hóast hann nú var frákoyrdur sum verndarkerúbur, kundi hann fingið starvið aftur, um hann var sinnaður at venda aftur til Gud, viðurkendi vísdóm Skaparans og tað starv, sum hann átti í ætlan Guds. Men erpnið forðaði honum at geva seg undir. Hann helt fram at verja sítt og stóð fast við, at hann hevði einki at iðra seg um – og legði tá alla sína orku í bardagan mikla ímóti Skaparanum.

Erkieingilsins svikagerð
Altflogvit hansara varð nú brúkt til at villleiða og tryggja sær undirtøku einglanna, sum høvdu tænt sær. Enntátað, at Kristus hevði ávarað og eggjað seg, snaraði hann til svikagerð. Satan segði teimum, hvørs kærleiki og álit var best við seg, at hann hevði fingið órættvísan dóm, ikki var virdur og at frælsi hansara nú skuldi avmarkast.

Hann snaraði orðum Kristusar, nýtti uttanumtos og lygnir at skuldseta hann fyri at vilja eymýkja seg fyri íbúgvum Himmalsins. Eisini royndi hann at pallseta skeivar spurningar ímillum seg og trúføstu íbúgvar Himmals. Øll, sum hann ikki fult og heilt fekk í sín part, skuldsetti hann fyri líkasæluna, sum tey høvdu við áhugamálini hjá himmalsku verunum.Hann ákærdi teir Gudi trúgvu fyri at gera tey verk, sum hann sjálvur gjørdi. Og fyri at bera ákærunum uppi um Guds órættvísi ímóti sær, avskeplaði hann orð og gerðir Skaparans. Málið var at ørkymla einglarnar við sniðfundigum prógvum um ætlanir Guds.Alt, sum einfalt var, vavdi hann upp í vavgreyt til gátuført. Snúgvin í reinging kastaði hann iva um sjálvt greiðastu útsagnir frá Jehova. Høga starvið við ta guddómligu fyrisitingina gav orðunum størri tyngd, og nógvir einglar vórðu tøldir upp í uppreisturin ímóti myndugleika Himmals.

Í óendaliga vísdóminum loyvdi Gud Satani at halda fram við verki sínum til misnøgdin varðopin uppreistur.Tað var neyðugt, at fáa ætlanir Lusifers fram í fult ljós fyri atsýna hansara sannu natúr, so at øll sóu ónda rákið í henni. Sum salvaður kerúbur hevði Lusifer sera tignarigt starv. Einglarnir elskaðu hann. Hann hevði stóra ávirkan.Gudræður ikki einans í Himli, meneisini á øllum sínum skaptu klótum. Og Satan hugsaði, at bara hann fekkHimmalsins einglar við í uppreisturin, so vildi hann eisini fáa allar aðrar jarðbúgvar við. Hann legði snúgvin sjónarmið fram við lygnum og sviki at tryggja síni mál. Evnini at villleiða vóru sera stór, og hann vann sær ofta fyrimunir við at vera krógvaður í falskari skikkju. Sjálvttrúføstu einglarnir høvdu ilt við at síggjatað sanna lyndið og skiltu ikki hvat tað førdi til.

Hví loyvdi Gud syndini?
Satan varðnógv fagnaður í forðum og gerðirnar so huldar í loynidómi, at trupult var hjá einglum at síggja sonnu natúruna í honum. Ikki fyrr enn syndin er fult búgvin sæst, hvussu ónd og andstyggilig hon er. Hon hevði ikki verið til áðrenn í øllum Guds skapta universi, og heilagu verurnar skiltu hvørki skap ella óndskap hennara. Eingin ímyndaði sær so ræðuligar avleiðingar av at seta lóg Guds til viks.Við at dylja ætlan sína, lætst Satan í fyrstuni at vera Gudi trúgvur. Hann segði seg vilja fremja æru Guds og staðfesta harradømi hansara til besta fyri stýrislagið og allar íbúgvar Himmals.

Samstundis við tað, sáddi hann ónøgdsemins sáð í einglarnar undir sær, og fekk við snildum alt at síggja beint øvut út, sum um at hann royndi at fáa alla misnøgd burtur. Táið hann segði, at tað sømdi seg at fáa broytingar í lóg og reglur Guds, lat hann samstundis sum um tað var alneyðugt,um javnvágin og alt tað góða samlagið í Himlinumskuldiverða varðveitt.

Hví slapp syndin framat?
Gud bæði kann og vilbert virka rættvíst og í sannleika til synd, meðan Satan nýtir allar hættir – bæði smikur, villleiðing osv. Hann royndi at falsa orð Guds og leyg fyri einglunum um Guds stýrislag, uppáhaldandi, at tað er órættvíst av Gudi at krevja íbúgvar Himmalsins at halda ávísar lógir og reglir, og at Gud bara kravdi skapningarnar undir sítt lýdni fyri sjálvur athevja seg upp.Tí var alneyðugt at fáa prógvað, bæði fyri teimum í Himli og á øllum búsettum klótum, at stýrisskipan Guds er rættvís og lógin fullkomin.Satan hevði lýst tað eins og hann var vælgerðari Alheimsins. Trúnurænarans sanna lyndi og veruligu ætlanir við virkningimáttu øll tí fáa at sanna. Tí mátti hann eisini fáa ta neyðugu tíðina til fult og heilt at avdúka sítt ónda verk.

Ósemjuna og misljóðið, sum Satan hevði borið inn í Himmalin, gav hann lógini og Gudsstýrislagi skuldina fyri. Alt ónt, segði hann, var eitt úrslit av guddómliga stýrislagnum. Hann segði stýrisskipan Guds vera rótina til tað ónda, og at hann vildi bøta um lóg Guds. Tí var neyðugt at loyva honum hetta, fyri at hann í verki kundi vísa natúruna í sær og hvat broytingar í heilagu lógini førdu til. Egnu verk hansara máttu døma hann. Satan hevði frá byrjan sagt, at hann ikki gjørdi uppreistur. Allur Alheimurin mátti tí sleppa at síggja svikaran fult avdúkaðan.

Sjálvt eftir avgerðina, at Satan ikki kundi vera í Himli, so týndi Gud hann ikki tann í síni alvísi. Einans kærleikin vinnur tokka Guds og tí má trúskapur skapninganna byggja á sannføringina um kærleikan í rættvísi hansara.

Universins íbúgvar, sum ikki kendu til synd ella avleiðingar, høvdu ikkikunna sæð, at Gud er rættvísur og miskunnsamur um Satan straks varð týndur. Varð hann tað, tá vildu hini bara tænt Gudi av ótta og ikki kærleika. Ávirkan villleiðarans var tá ikki fult fyribeind og uppreistrarandin ikki tikin upp við rót. (Matteusevangeliið lærir týningar-fyrireiking av Djevlinum avgamla, sí Matt 25:41) Tað ónda má loyvast at gerast fult vaksi fyri at kenna tað til lítar. Fyri at gagna eydnuni í øllum universinum í endaleysar øldir, var tað í uppruna sæð til neyðugt, at ætlanir Satans sluppu at búnast, soleiðis at ákæran ímóti Guds stýrislagi verður sæð av øllum skaptum verum í sínum fulla og sanna ljósi. Einans á tann hátt kundi rættvísið og miskunnsemið í óbroytiligu lóg Guds í allar ævir hevjast upp um allan iva.

Satans uppreistur er lærdómur Alheimsfyri alla framtíð. Ævigt minni um synd og fylgjurnar. Tær framdu aðalreglur Satans við avleiðingunum fyri bæði einglar og menniskju vísa úrslitið av at vraka myndugleika Guds. Avdúkað er, at øll vælferð er knýtt at leiðslu og lóg Guds. Søgan um ræðuliga uppreisturin verðurí ævigatíð trygdin fyri allar tilvitaðar sálir og vil bjarga teimum undan seinni at lata seg lumpa til at bróta lógina, og aftur at koma undir líðingog revsing syndanna.

Andstøðan til lóg Himmals
Heilt til endans av bardaganum í Himli royndi trónurænarin at rættvísgera seg. Táið tað varð kunngjørt, at hann og allir einglarnir, sum hildu við honum, skuldu stoytast úr Himlinum, viðgekk Satan opið vanvirðingina fyri lóg Skaparans.Hann endurtók uppáhaldið, at einglunum tørvar ikki at vera undur eftirliti, og at teir skuldu kunna gera júst sum teimum lystir. Teirra vilji vildi altíð leiða teir árætta leið. Hann segði tær guddómligu lógirnar vera órættvísa avmarking av frælsinum, og vildi at lógin varð avtikin, so at einglarnir uttan nakað ok kundu fáa eina tignarligari og betri tilveru.

Satan og stuðlarnir samdust um, at Kristus átti skuldina fyri uppreisturin. Teir søgdu, at fingu teir ikki ábreiðslur, so vildi eingin uppreistur havt verið. Uttan úrslit royndu teir treiskliga at fella stjórn Guds, ímeðan teir søgdu seg vera ósek offur fyri einum kúgandi veldi. Endin varð, at hann og allir teir viðsvornu einglarnir endaliga vórðu burturvístir.

Tann sami andin, sum elvdi til uppreistur í Himli, elvir enn til uppreisturin á jørðini. Satan nýtir somu mannagongdir til menniskjuni, sum hann nýtti til einglar á sinni. Nú livur hesin sami andin í børnum ólýdnisins. Eins og Satan royna tey at vanvirða tey ásettu forboðini í lóg Guds. Og um onkur átalar syndir teirra, fyllast tey við hatri og treiskni.

Táið boð Guds tala ávarandi í samvitskuni, fær Satan fólk at rættvísgera seg við at leita sær eftir samkenslu, meðan tey halda fram og tala errin um hana syndina. (Es 3:9)Heldur enn at rætta mistøk, øsa tey seg inn á hini, sum royna at hjálpa ogvegleiða, sum um tey vóru einasta orsøkin til allar tvørleikarnar. Heilt frá døgum Ábels, sum var rættvísur, er tann sami andin vístur teimum, ið ditta sær at átala og fordøma syndina.

Satan hevur leitt menniskjuni í synd við at seta lyndi Guds í skeivt ljós, sum hann eisini gjørdi í Himli. Mong villleidd síggja tí Gud sum strangt bølmenni. Táið tað eydnast honum, kunngerð hann, at órættvísu boð Guds eru grundin til fallið, eins og órættvísu boð Guds vóru grundin til hansara uppreistur í Himli.

Men hin ævigi Gud boðar okkum:“»Harrin! Harrin!« Miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti, sum goymir náði í túsund ættarlið, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd, men als ikki letur hin seka verða óstraffaðan,.......”

Við at stoyta Satan úr Himli og á jørðina, prógvaði Gudrættvísi og helt virðingina uppi fyri stýrislagnum í hásætinum. Men táið menniskjan syndaði, tí hon varð lumpað av fráfalna andans sviki og lygn, vísti Gud kærleikan við at lata einborna son sín doyggja fyri alla falnu mannaættina. Eyðkenni Guds er síðani opinberað í sáttargerðini. Krossins stóri vitnisburður prógvaði fyri øllum universinum, at Lusifer av órøttum hevði givið Gudi skuldina fyri synd sína.

Golgata avdúkaði falsarin
Stríðið millum Kristus og Satan, táið Frelsarin gekk á foldum, avdúkaði lyndiðí stóra svikaranum. Einki kundi betri beina fyri allari samkenslu fyri Sataniímillum himmalsins einglar og universins aðrar verur, enn tað andstyggiliga kríggi, sum hann førdi ímóti heimsins Frelsara. Tað undraði og harmaði allan Alheimin, táið hann gudsspottandi kravdi, at Jesus skuldi tilbiðja seg, og hetta freka dirvið, táið hann tók Jesus við sær upp á eitt stórt fjall, og óndskapin á halgidómsins tindi, táið hann bað Jesus kasta seg niður av hesi ørandi hæddini og við teimum áhaldandi beistagerðunum, táið hann rak Jesus úr stað í stað, og at enda fekk prestarnar og fólkið til at rópa: “Krossfestið, krossfestið hann!” – Alt hettavakti syndafría Alheimsins stóru undran og vreiði!

Satan gjørdi at heimurin vrakaði Kristus. Fúrsti óndskapsins nýtti alt sítt vald og allar sínar snildir í royndunum at týna Jesus, tí hann sá kærleika, miskunn og eymleika hansara vísa heiminum á sinnalag Guds. Satan stríddist tí ímóti øllum, sum sonur Guds kravdi og nýtti fólk til amboð at fylla lív Jesusar við líðing og sorg.

Tær snildirnar og tey falsini, sum hann nýtti fyri at forða verki Jesusar, tað haturi, sum sást í gerðum teirra ólýdnu, og fúlu skuldsetingum teirraímóti honum, hvørs lív var merkt av framúr inniligum kærleika til øll, kom alt av ósløkkjandi hevndarhugiSatans. Øvundin, óndskapurin, hatrið og ósløkkjandi hevndarhugurin vóru á Golgata slongdir út ímóti syni Guds, ímeðan allur Himmalin tigandi og ræðslusligin hugdi at hesum í tøgn.

Táið stóra ofrið var gjørt, fór Jesus til Himmals. Har vildi hann ikki taka ímóti einglanna, innan at hava lagt fram hesa bønina: “Faðir, eg vil, at har sum eg eri, skulu eisini tey, sum tú hevur givið mær, vera hjá mær, fyri at tey skulu síggja dýrd mína, sum tú hevur givið mær.”Við ósigandi kærleika og styrki kom hetta svar frá hásætinum: “Allir tilbiðjaneinglar Guds skulu tilbiðja hann.”7 Jesus var lýtaleysur. Eyðmýking hansara var nú av, offur hansara var fullgjørt, og honum varð givið eitt navn yvir øllum nøvnum.

Nú var eingin undanførsla eftir hjá Satan, ið stóð sum úrlatin lygnari og manndrápari. Tað stóð nú øllum greitt, hvat hevði hent, um hann fekk sín vilja í Himli. Hann vildi nýtt somu mannagongdir, sum hann trýsti inn á menniskjuni. Hann hevði sagt, at brot á lóg Guds gav frælsi og tign, men nú var væl prógvað, at tann leiðin einans leiddi til mannminkan og trældóm.

Ósonnu skuldsetingar Satans ímóti Gudi og stýrislag, komu nú í satt ljós.Hann hevði kært Gudat krevja undurgivni og lýdni av øllum, men at tað bertvar fyri athevja seg sjálvan. Og hevði kært, at Skaparin kravdi sjálvsnoktan av øllum – bara ikki av sær sjálvum. Men nú sóu øll, at Universins Harri fyri at bjarga einari falnari ætt, hevði givið tað størsta offuri, sum kærleikin kundi geva. “Tí í Kristusi samdi Gud heimin við seg sjálvan.”8 Tað var nú eisini greitt, at tað var Lusifer, sum av girnd eftir æru og valdi lat hurðina upp til syndina, og at Jesus beint øvut av honum hevði eyðmýkt seg og verið lýðin líka til deyðan fyri at týna syndina.

Ein veldigur sjónleikur fyri universið
(1 Kor 4:9; Op 12:12)Gud sær alla tilgongd,sum leiðir til uppreistur, við andstygd.Allur Himmalin sá rættvísi - bæði í fordømingini av Satani og í frelsu menniskjunnar. Lusifer hevði sagt fyri heilt vist, at um lóg Guds ikki kundi broytast og revsinginfyri at bróta hana, ikki kundi verða eftirgivin, so mátti hvør tann einasti, sum var lógini ólýðin, til allar ævir missa tokka Skaparans.

Satan segði, at syndiga ættin á jørðini ikki stóð til at bjarga, og at hon var rættvísa ogn hansara. Men deyði Kristusarer prógvið, sum kom menniskjunum til frama og ikki kann kollrennast. Revsing lógarinnar rakti hann, sum var Gudi líkur og menniskjan kundi og kann nú frítt taka við Kristi rættvísi. Við einum lívi í iðran og eyðmjúkleika kann sigrast á valdi Satans á sama háttin, sum sonur Guds sigraði. Gud er rættvísur og rættvísgerð øll, sum trúgva á Jesus.

Men tað var ikki einans fyri at frelsa menniskjuni, at Kristus kom til jarðar at líða og doyggja. Hann kom eisini fyri at “lyfta lógina upp til tign og æru.” Og gjørdi tað soleiðis eisini fyri Himmalin sjálvan! Ikki einans fólk her á fold, skuldu síggja lógina sum hon eigur at verða sædd, men eisiniallir heimar og allar klótur universins skuldu vita, at Guds lóg er óbroytilig.

Um krøv lógarinnar kundu verði sett til viks, so hevði sonur Guds avgjørt ikki noyðst at líða fyri útint ólýdnið ímóti lógini, gjørdur til synd. Kristi deyði vísir júst tað, at Guds lóg er óbroytilig. Markleysi kærleikin, sum noyddi Faðirin og Sonin at geva hetta stóra offur fyri at frelsa syndarar, vísti og prógvaði fyri Alheiminum, sum einki annað offur kundi gera tað, at rættvísin og náðin eru grundvøllurin í lóg og stýrisskipan Guds. Einki minni enn hettar ofrið kundi gera tað. (Joh 15:13; 2 Kor 5:14) 503

Krossurin á Golgata, sum vitnarat lóg Guds er óbroytiliga (10 boðini), boðar eisini Alheimininum, at lønin fyri synder deyði. Síðstu orðini: “Tað er fullgjørt!” var deyðsklokkanhjá Satan. Tá var bardagin mikli avgjørdur og tað fakta staðfest, at syndin verður útruddað. At Sonur Guds var farin um deyðans portur,“skuldi gera hann til einkis, sum hevur veldi deyðans – tað er Djevulin”

Trongd Lusifers til sjálvshevjan, hevði fingið hann at siga: “Eg . . . skal fara upp til himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt; eg skal seta meg á gudatingafjallið ytst í norðri.” Men Gud sigur:”Eg geri teg til øsku á jørðini fyri eygum alra . . . og tú ert burtur til ævigar tíðir.” . . . ”Tí dagurin kemur, brennandi sum ovnur; tá skulu øll hugmóðig og hvør tann, sum livir í gudloysi, vera sum hálmur, og dagurin, ið kemur, skal seta eld á tey – sigur Gud herskaranna – so hvørki rót ella grein verður eftir av teimum”

Alt Universið hevur nú verið vitni til natúr syndarinar og úrslitini. Hesa avgjørdu oyðing, sum úr byrjan fekk einglar óttafullar av vanærunaímóti Gud. Øll hava nú í størstu virðing og frøi staðfest kærleikan og gera glað vilja hansara við ævigu lógini hjartanum.

Syndinkemur ikki aftur.Skriftin sigur: “Hann skal ikki forkoma tykkum, heimsøkingin skal ikki koma tvær ferðir!” . . . Lóg Guds, sum Satan skírdi fyri eitttrældómsins ok, vil verða ærað sum lóg frælsisins. (Ják 1:25) Ein royndur skapningur fer ongantíð aftur at sleppa trúskapinum til hann, hvørs natúra er fult staðfest fyri teimum við einum óskiljandi kærleika í markleysum vísdómi.