Bardagin Mikli kapitel 3. Fra side 49tilbage

Andaliga myrk tíð

Í øðrum brævinum til samkomuna í Tessalóniku spáddi Paulus um tað stóra fráfallið, sum fór at leiða til stovnsetaninaav pávaveldinum. Hann skrivaði um hvat fór at henda, áðrenn Harrans afturkomudag: “Latið ongan dára tykkum á nakran hátt! Fyrst má jú fráfallið koma og syndamaðurin stíga fram, glatunarsonurin, hann, sum setir seg ímóti og upp um alt, ið kallast Gud ella halgidómur, so at hann setir seg í tempul Guds og sigur seg sjálvan vera Gud.” Ápostulin kunnaði eisini brøðurnar um, at “loynimál lógloysisins virkar longu.”1 Longu tá skrivaðu Paulus um hesar villur, sum slóðaðu fyri, at pávaveldið kom sníkjandi inn í samkomuna.

Líðandi gjørdi “loynimál lógloysisins” sítt dárandi og gudsspottandi verk. At byrja við hendi tað í tí dulda, men so hvørt sum tað tók dik á seg og fekk stýrandi vald á sinnini, virkaði tað meira opið. Heidnir skikkir trongdu seg langt inn í kristnu kirkjuna. Hugurin at slaka var eina tíð mótvirkaður av atsóknum, sum samkoman mátti líða undir av samfelagsins heiðinskapi. Men táið atsóknirnar minkaðu, og kristindómur fann vegir inn til hov og slott konganna, varð eyðmjúkleiki Kristusar og ápostlanna broyttur til stoltleikan og skreytið hjá heidnum prestum og drottum, ið skiftu boð Guds út við egnar hugsanir og siðir. Sonevnda umvending Konstantins Stóra (280-337) vakti mikla gleði, og nú steig heimurin meiri alment inn í kirkjuna, ílatin ein tilgjørdan rættvísis kappa. Síðani menti spillan seg skjótt. Heiðinskapurin sigraði, táið hann sjálvur sá út til at vera sigraður. Heidni andin ráddi í kirkjuni, og heiðin læra, halgisiðir og pátrúgv vórðu nú gjørd til ein part av trúnni og gudstænastuni hjá kristnu samkomuni.

Einaveldis kirkjufúrsti
Neyðsemjan ímillum heiðinskapin og kristindómin førdi til menningina av “lógloysins menniskja”, sum profetar høvdu spátt um at seta seg upp ímóti Gudi. Hendan mikla skipan av falskari trúgv er meistaraverk Satans, sum vitnar um royndir hansara at seta seg sjálvan á trónuna fyri at stjórna øllum heiminum eftir sínum vilja.

Einaferð royndi Satan at gera semju við Kristus. Hann kom í oyðimørkini til Son Guds og vísti honum øll ríkir heimsins og dýrd teirra. Hann bjóðaði honum alt, um hann bert vildi viðurkenna yvirharradømið hjá sær – hjá myrkursins høvdingi. Kristus avvísti hesa hugmóðigu, gudsspottandi freisting. Men tað gongst Satan nógv betri, tá hann setir hesar somu freistingar fram til onnur. Fyri verðsligar fyrimunir og æru lat kirkjan seg tøla til at søkja stuðul og frama frá stórmonnum. Táið hon soleiðis hevði vrakað Kristus, lat hon seg freista til at vísa trúskapin ímóti Satans umboðsmanni, bispinum í Rom.

Ein av fremstu lærum romversku kirkjunnar er, at pávin er sjónliga høvur Kristi kirkju á jørðini, og eisini hevur hægsta myndugleikan yvir allar bispar og prestar í øllum heiminum. Men tað fór enn víðari: Teir góvu pávanum guddómsins heiti. Hann er kallaður ”Gud Harrin pávin” og varð skírdur til at vera uttan lýtir. Hann krevur at vera hálovaður av øllum menniskjum. Satan setur sama krav í Romakirkjuni, sum hann setti í oyðimørkini at freista Kristus við. Og stórir skarar fagna honum.

Men tey, sum óttast og æra Gud, svara hesari eyðsýndu avbjóðing á sama hátt sum Kristus svaraði: “Tú skalt tilbiðja Harran Gud tín og tæna honum eina.”2 Gud hevur í orðinum ikki so mikið sum givið ábending um, at hann hevur útnevnt nakað menniskja til høvd kirkjunnar. Læran um yvirvald pávans er í beinleiðis stríði við læru Skriftsins. Pávin hevur ikki annað vald yvir Kristi kirkju enn tað, hann hevur rænt.

Tey, sum halda seg til romversk katólsku kirkjuna, hava áhaldandi hartað protestantar fyri at vera trúarvillingar, tí teir skildu seg út frá tí sonnu kirkjuni. Men hesar ákærur passa betri á teir sjálvar. Tað eru teir, sum hava svikið Kristi merki og hava vikið frá “trúnni, sum einaferð fyri allar er hinum heilagu givin í hendur.”3

Satan veit, at fólk kunnu avdúka falsið og kunnu standa valdi hansara ímóti við heilagu Skriftini. Tað var við orðsins hjálp, at sjálvt heimsins frelsari avvísti álop hansara. Hvørja ferð Jesus varð álopin, lyfti hann hin æviga sannleikans skjøldur og segði: “Skrivað stendur!”

Við máttinum og vísdóminum í orði Guds avvísti hann øll uppskotini frá fíggindanum. Skuldi tað eydnast Satani at varðveita sítt vald yvir menniskjunum og at halda fast uppá pávaveldisins rænda myndugleika, so var avgjørt neyðugt, at hann forðaði teimum kunnleikan til Skriftina. Bíblian hevjar Gud upp og setir tey veiku menniskjuni á rætta stað sítt. Tí skuldu hennara sannleikar krógvast og kúgast. Júst hendan hátt nýtti romversk katólska kirkjan, sum í øldir setti bann fyri at útbreiða Bíbliuna. Fólk høvdu ikki loyvi til sjálv at lesa hana ella til at hava hana heima.

Samvitskuleysir prestar og bispar tulkaðu læru hennara fyri at styðja síni egnu krøv. Soleiðis bleiv pávin næstan allastaðir á jørðini viðurkendur sum varagud og fekk myndugleikan yvir bæði kirkju og stati.

Tá nú Bíblian, sum avdúkar villingar, var fingin av vegnum, fekk Satan sín vilja. Og eftir profetiini skuldi pávadømið eisini“seta sær fyri at broyta tíðir og lóg.”4 Og tað vardi ikki leingi til tað gjørdi hesa royndina.

Fyri at geva teimum, sum umvend vóru úr heiðinskapi, skaðabót fyri myndadyrkan, og hervið at lætta teirra formliga skifti til kristindómin, gjørdi katólska kirkjan so líðandi dyrkan av myndum og halgilutum til ein part av kristnu gudstænastuni. At enda varð ein stór skipan við avgudadyrkanum góðkend. Rom fullførdi halgibrotið við at ditta sær til at taka burtur annað boð Guds – tað boðið, sum bannar at tilbiðja myndir – og avleiðingin av at krógva tað inni í fyrsta boðnum, gjørdi tað nú neyðugt at býta tað tígginda boðið upp í tvey boð, til tess aftur at fáa talið á boðunum til tíggju og soleiðis aftur at raka á tað fulla upprunaliga talið tíggju á steintalvunum.

Eftirgerð av hvíludegnum - nýggjan hvíludag
Heidna rákið førdi til enn fleiri brot á himmalsins myndugleika. Satan nýtti verðsligar leiðarar innan kirkjuna til amboð sítt at umskriva fjórða boðið. Hann royndi at avtaka gamla sabbatin – dagin, sum Gud hevur vælsignað og halgað5 og at skifta hann til veitsludag heidninganna, hin “hátt virda sóldagin.” At byrja við fóru fólk ikki eins opið til verka. Fyrstu tíðina hildu nógv kristin framhaldandi sanna sabbatin. Tey friðhalgaðu æru Guds, og ansaðu væl eftir at verja heilagleikan í lóg Guds. Tey vóru sannførd um, at lógin ikki kundi broytast.

Ígjøgnum umboðsmenn arbeiddi Satan snildisliga fyri at náa málinum hjá sær. Fyri at leiða rákið inn á sunnudagshaldið, varð hann á kirkjufundi útnevndur sum veitsludagur til minnis um uppreisn Kristusar. Gudstænastur vórðu nú eisini hildnar sunnudag. Og tey nýttu hann eisini til hvílu, til ítriv og hugna, men sabbaturin varð framvegis eisini hildin sum fyrr.

Satan slóðaði fyri broytingini av hvíludegi, sum hann hevði sett sær fyri. Tað gjørdi hann lutvíst við at fáa jødarnar til at tyngja sabbatin við strangastu krøvum innan Kristi fyrru komu, soleiðis at sabbatshaldið gjørdist ein byrða. Nú gjørdi hann sær dælt av sabbatsins skeiva ljósi, og kallaði hann við vanvirðing fyri ein jødiskan sið. Samstundis við, at tey kristnu nú vanliga hildu sunnudag, eggjaði hann teimum at vísa hatur sítt til jødadómin við at gera sabbatin til ein syrgiligan føstudag.

Sunnudagslóg Konstantins Stóra
Tíðliga í 4. øld gav keisarin lógskipan, sum gjørdi sunnudag til almennan hátíðardag í Rom. Sóldagurin var virdur og heiðraður av hansara heidnu borgarum og nú eisini hildin av kristnum (fyrst bara galdandi í Rom). Politiska endamál Konstantins var at tvinna ósambærilig viðurskiftir ímillum heidningarnar og tey kristnu.

Bispar kirkjunnar skundaðu undir keisaran. Í grammleika og maktgirnd sum búði undir, vistu teir, at um bæði kristin og heidningar hildu sama dagin, so vildi trúarskiftið til kristindómin gerast nógv lættari hjá heidningunum. Kirkjan vildi tá ganga fram í veldi og herligheit. Hóast gudsóttandi kristin so líðandi vórðu eggjað til og vand upp at viðurkenna, at sunnudagurin í ein ávísan mun átti eitt strok av heilagleika, so hildu tey fram at síggja hin sanna sabbatin sum Harrans halgidag og at halda hann heilagan eftir fjórða boði.

Erkafalsarin hevði ikki enn fullført verkið. Hann hevði sett sær fyri at fáa allan tann kristna heimin inn undir sítt merki og at fremja veldið ígjøgnum umboðsmann sín, tann stolta pávan, sum segði og sigur seg vera Kristusar avloysari (vikar). Hann rakk málinum ígjøgnum hálvt umvendar heidningar og høgar ærusjúkar og grammar kirkjumenn, hvørs falnu hjørtu tráaðu eftir valdi og ríkidømi. Við millumbilum vórðu stórir kirkjufundir hildnir við luttøku av høgum kirkjumonnum úr øllum heiminum.

Á næstan hvørjum kirkjufundi varð sabbaturin, sum Gud innsetti, skumpaður meira til viks og sunnudagurin samsvarandi hevjaður. Soleiðis hendi tað, at hesin heidni festdagur loksins varð ærdur sum um tað var ein guddómliga innsettur halgidagur, og bíbilski sabbaturin skírdur til at vera ein leivd frá jødadóminum og bannaður.

Fráfalsins umboði eydnaðist at hevja seg “upp um alt, ið kallast Gud.” Hann dittaði sær ‘at broyta’ tað einasta av boðum Guds í guddómligu lógini, sum eyðsæð vísir mannaættini til hin sanna og livandi Gud. Í fjórða boði er Gud allýstur skapari himins og jarðar. Tað er hesin eginleikin, sum skilir hann frá øllum følskum gudum. Sjeyndi dagurin varð halgaður og settur til viks til hvíludag menniskjans, tí hann skuldi vera minnismerki um skapanina og Skaparan, hin livandi Gud, sum er keldan til alt lív, og at sýna loyaltitetin og trúskapin til hann, við at vit skulu æra og tilbiðja hann eina. Satan arbeiðir alla tíðina við at fáa fólk til at gerast ótrúgv ímóti Gudi og til ikki at akta lóg hansara. Tí leypir hann serliga á tað boðið, sum vísir á Gud til Skaparan. Boðið við Skaparans lógarinnsigli.

Protestantar vilja nú vera við, at hetta, at Kristus reis upp frá deyðum ein sunnumorgun, gjørdi dagin til kristna hvíludagin. Skriftin sigur einki um tað. Hvørki Kristus ella ápostlarnir góvu degnum ein slíkan heiður.

At halda sunnudag sum kristnan hvíludag, hevur tvørturímóti upprunan í “loynimáli lógloysisins.” . . . ”tí at loynimálið í lógloysinum er longu farið at virka, bert at tann, sum nú heldur aftur, verður beindur burtur av vegnum.” Longu á Paulusar døgum byrjaði hetta tí at virka. Nær og hvar tók Harrin hetta mitrabarn pávadómsins til sín? Hvør galdandi grund kann gevast fyri einari broyting, sum ikki er grundað í Guds orði?

Tær myrkastu øldirnar
Í 6. øld tryggjaði pávadømið sær tað fulla valdið í Rom. Og Rom gjørdist høvuðssætið kirkjunnar, og bispuriní Rom varð settur til høvdingin fyri alla kirkjuna. Heiðinskapurin hevði tikið pávaveldið til sín.Drekin gav djórinum“mátt sín, hásæti sítt og stórt vald.”Nú byrjaði tað pávaliga valds- og kúgingarskeiðið, sum vardi í 1260 ár, sum spáað var um í Dánjals Bók og í Opinberingini.6 Tey kristnu vórðu noydd til at slaka fyri tí, sum rætt er, og geva seg undir pávaligu siðvenjurnar og gudsdyrkanir, ella at verða fongslað, at doyggja á pínubonki, á báli ella at missa høvdið á avrættingarpallinum fyri skarprættarans øks. Nú gingu Jesu orð út: “Tit skulu verða sviknir enntá av foreldrum, brøðrum, frændum og vinum, og tey skulu drepa nakrar av tykkum. Og tit skulu verða hataðir av øllum fyri navns míns skuld.”

Tey trúføstu komu nú út fyri enn verri atsóknum enn fyrr, og heimurin gjørdist til ein stóran vígvøll. Í fleiri øldir mátti Kristi samkoma leita sær skjól úti á einsemis plássum. Profeturin sigur: “Og kvinnan flýddi út í oyðimørkina; har hon hevur stað, sum av Gudi er gjørt henni til reiðar, at hon har skuldi fáa føði sína 1260 dagar.”7

Táið romakirkjan kom til einkarvaldið í Rom, byrjaði tann myrka miðøldin av álvara. Myrkrið versnaði so hvørt sum kirkjan fekk meira vald. Nú varð trúgvin flutt frá Kristusi, hinum sanna grundvølli, til pávan. Heldur enn at seta sítt álit á, at Sonur Guds vildi veita teimum syndafyrigeving og fáa til vega æviga frelsu, vendi fólkið nú eyguni til pávan og teir prestar og høgu menn kirkjunnar, sum hann gav myndugleikan. Tey vórðu lærd, at pávin var teirra millummaður á jørðini, og at eingin kundi koma til Gud uttan fyrst at koma til pávan. Fólkið varð lært, at pávin var Guds umboð, og tí altíð treytaleyst skuldi aktast. Um onkur ikki aktaði, vórðu tey hart revsaði bæði til likams og sálar. Soleiðis blivu orð og tankar menniskjans leidd burtur frá Gudi til syndig ónd menniskju, ja, beint til myrkursins fúrsta, sum framdi vald sítt ígjøgnum tey. Syndin var ílatin duldarbúna, um gav seg út fyri av vera heilagur.

Táið Skriftin verður bannað og menniskjuni fara at líta á seg sjálv sum ta hægstu veruna, kann ikki roknast við øðrum enn við sviki, falsan og synd. Táið menniskjalógir og mannasiðir verða settir hægst, kemur spilla og rotinskapur, sum altíð fylgir við, táið lóg Guds er skúgvað til viks.

Tað var ein vandatíð fyri Kristi samkomu. Talið á trúføstum merkisberarum var ikki stórt. Hóast sannleikin ongantíð manglaði vitnir, sá tað til tíðir út til, at villing og pátrúgv tók alt valdið, og at hin sanna gudstrúgvin fór at hvørva av jørðini. Gleðiboðskapurin hvarv úr eygsjón, og ístaðin komu fleiri átrúnarlig siðahald. Fólkinum varð álagt at halda nógv og strong krøv.

Tey vórðu ikki einans upplærd at síggja pávan sum millummann, men eisini til at trúgva, at tey skuldu rinda fyri sínar syndir við egnum gerðum. Tað varð kravt, at tey skuldu fara langar pílagrímaferðir, gera iðranarverk, tilbiðja lutir, byggja kirkjur, halgiskrín, altar og rinda stórar upphæddir, til tess at sissa vreiði Guds og at tryggja sær góðsku hansara ? sum um at Gud var eitt menniskja og verður illur um smálutir og mildari av gávum og sjálvpínandi venjingum.

Kirkjan økir valdið
Hóast lastafullar leiðarar í kirkjuni vaks hennara ávirkan skjótt. Og við endan av 8. øld stóð pávaveldið fast við, at bispurin í Rom frá byrjan av skal hava havt tað sama andaliga valdið, sum hann nú útgav seg fyri at hava. Hetta uppáhaldið mátti byggja á okkurt, fyri at fáa eina glæmu av sannleika. Faðir lygnanna fekk munkar til at falsa gamlar skriftir. Sagt varð, at teir høvdu funnið higartil ókendar avgerðir frá kirkjufundum (konsilum), sum váttaðu yvirvald pávans frá fyrstu døgum kirkjunnar. Hendan kirkjan, sum hevði vrakað sannleikan, tók við grimdarhugi ímóti hesum «fundinum».

Tey fáu trúføstu, sum bygdu á hin sanna grundvøllin, vóru komin í ráðaloysi, tí tey vórðu so illa darvaði í sínum arbeiði av følskum lærum, sum komu teimum í vegin. Nøkur teirra søgdu sum arbeiðsmenninir, ið bygdu býarmúr Jerusalems á sinni undir Nehemiasi: “Teir, ið bera, orka ikki longur – eyrdungarnir eru ov stórir, vit komast ikki út fyri at laða múrin!”Nakrir av trúføstu byggimeistarunum mistu mótið, tí teir støðugt máttu stríðast við atsóknir, fals, órættvísi og aðrar forðingar, sum Satan legði teimum til meinbogar at steðga arbeiðnum. Fyri at fáa frið og fyri at bjarga ognum og lívi, sleptu teir tí trygga grundvøllinum. Onnur lótu seg ikki kúga av mótstøðuni, men søgdu uttan ótta: “Ikki skulu tit ræðast teir! Minnist Harran hin stóra og øgiliga,” og teir hildu fram við svørðinum bundið undir liðina.8

Fíggindar Guds hava altíð verið fyltir við tí sama hatri til sannleikan. Og tænarar Guds hava altíð verið noyddir at sýnt sama árvakni og trúskap. Orð Kristusar til fyrstu ápostlarnar galda alla samkomuna líka til heimsins enda: “Men tað, sum eg sigi við tykkum, sigi eg við øll: Vakið!”9

Myrkrið tyktist svartari og svartari. Myndadyrkan varð vanlig. Stearinljós vórðu tendrað tætt við bíløtini og biðið varð til teirra. Mangir fjákutir siðir av pátrúgv vunnu fram. Hon hevði so stórt vald á fólki, at tey sóu út til at hava mist bæði vit og skil. Nú prestar og bispar vóru so stórir njótarar, gessigir og svikaligir, kundi ikki annað væntast, enn at fólkið, sum leitaði sær ráð hjá teimum, sjálvt sakk longur niður í fákunnu og ringar vanar.

Enn eitt pávaligt uppáhald varð sett fram av pávanum Gregor VII. í 11. øld, tá hann lýsti romversku kirkjuna at vera fullkomna. Eitt av hansara uppáhaldum var, at kirkjan ongantíð hevði mistikið seg og ikki fór at gera tað sambært Skriftini. Men við tí fylgdi eingin próvførsla úr Skriftini. Hesin stolti pávi helt fast um, at hann átti valdið til at avseta keisarar, og at eingin kundi broyta tað, sum hann hevði avgjørt, men at hann eisini hevði rættin til at broyta hvørja sum helst avgerð hjá øllum øðrum.

Harðskapslyndið hjá hesum stolta páva kom greitt fram í viðferðini av Hendrik IV. keisara. Hesin keisarin varð útihýstur úr kirkjuni og avsettur, tí hann ikki vildi viðurkenna myndugleika pávans. Hendrikkur varð skelkaður, tá egnu landshøvdingar hansara hóttu hann við uppreistri eftir boðum pávans, og tá sá hann sær onga aðra loysn, enn at fáa frið við pávaveldið. Saman við konuni og einum trúføstum tænara, ferðaðist hann upp um Alpurnar mitt á vetrartíð fyri at eyðmýkja seg fyri pávanum. Tá hann kom til borgina, har Gregorius pávi helt til, varð hann einsamallur leiddur inn í pávans forgarð. Her mátti hann standa í vetrarkulda, skóleysurog í ongari húgvu , og var einans í teimum mest neyðugu klæðunum, ímeðan hann bíðaði eftir loyvi pávans at sleppa inn. Pávin vildi ikki geva seg til at náða hann, fyrr enn hann hevði fastað og játtað syndir sínar í tríggjar dagar. Treytin var eisini tann, at keisarin bíðaði við at lata seg í síni tignartekin og við at útinna sítt vald, til hann seinni hevði fingið pávans loyvi. Gregor VII. gjørdist so hugmóðigur av hesum sigrinum, at hann reypaði um sína skyldu at kippa konganna hugmóð.

Á tann stóri munurtað er frá hugmóð pávans, sjálvkravda avloysaranum,og til Kristi eyðmjúkleika og mildni, sumstendur við hjartadyrnar og bankar uppá fyri at koma inn at geva náði og frið. Hann lærdi eisini ápostlar sínar, at“tann, sum fremstur vil vera av tykkum, skal vera trælur tykkara.”10

Heiðin heimspeki kom inn
Ígjøgnum øldir økti kirkjan um lærur í andsøgn við Skriftina. Og eisiniinnan pávadømið hevði heiðin heimspeki havt árin á kirkjuna. Mong, sum søgdu seg at hava tikið við kristnari trúgv, hildu fast við heidnar vísdómslærur. Ikki bara hildu hesi fram við at granska heidna heimsspeki, men eggjaðu eisini onnur í kirkjuni til tað sama fyri at økja ávirkan á heidningar. Soleiðis komunógvar álvarsamar villur inn í katólsku trúnna.

Ein slík villa er læran um menniskjans viðfødda ódeyðiligleika og at medvitaðlív er varðveitt í deyðans støðu. Hendan læran var grundarlagið fyri katólsku kirkjunnar læru um at kunna ákalla og tilbiðja halgimennir, eitt nú Mariumoy.

Úr hesum kom læruvillan um ævigu pínu teirra glataðu, sum tíðliga kom við inn í katólsku trúnna. Og við henni varð aftur slóðaðfyri at uppfinna heidna skíriseldin, sum varð nýttur til at ræða góðvarnu fjøldina, full av pátrúgv. Villleiðingin snýr seg um, at einfyribils pínustaðurerfyri sálirnar, sum ikki hava uppiborið æviga glatan. Tær skulu revsast og reinsast so og so leingi fyri syndir sínar, inntil tær eru gullreinar og kunnu flyta inn í Himmalin. Hendan reinsanin kann styttast við bønum frá prestum, sum gjaldast skal fyri.

Rom gjørdi sær eina tíð eykað dælt av fólksins ótta við avlátsbrøvum. Øll, sum lovaðu at taka lut í kríggjum pávans til at víðka hansara harradømi, og til at revsa ella útrudda fíggindar pávans, sum vágaðu sær at sýta fyri hansara andaligu hátign, øll hesi fingu lovað fulla fyrigeving fyri allar gamlar, nútíðar og framtíðar syndir.

Fólk vórðu við hesum upplærd til at trúgva, at tey kundu fría seg frá syndini, bjarga sálini og eisini fáa deyðar vinir skjótari út úr brennandi loganum, við bert at gjalda nóg nógvan pening til kirkjuna. Tað vóru slíkir hættir, sum Rom nýtti til at fylla síni skattaskrín við peningi, soleiðis at serliga teir høgu kirkjumenninir kundu liva í skreyti, marglæti og í grovum siðaloysi, alt ímeðan teir góvu seg út fyri at vera Jesu ápostlar ? ápostlar hansara, sum ikki átti tað, ið hann kundi hella høvd sítt afturat.

Heilga kvøldmáltíðin, sum Skriftin biður okkum njóta til at minnast Jesus, varð skift út við tað avgudskenda messuofrið. Prestar og pávar látast við sjónleiki - sum um teir skapa vanligt breyð og vanligt vín um til Kristi veruliga “likam og blóð.”11

Við hesum gudsspottandi frekleika tvíheldur pávin opið um, at teir hava valdið til at skapa Gud, hann, sum skapað hevur alt. Við ítøkiligari hóttan um deyðarevsing varð kravt av teimum kristnu, at tey skuldu játta sína trúgv á hesa ræðuligu ranglæruna. Øll tey, sum noktaðu fyri tí, vórðu uttan drál brend á báli.

Jagstran og fráfall
Tað ræðuligasta av øllum amboðum romakirkjunnar, inkvisitiónin, sá dagsins ljós í 13. øld. Myrkursins høvdingi arbeiddi eisini her saman við leiðarum pávaveldisins. Á loyndarfullum kirkjufundum var Satan fundarstjóri, og einglar hansara stýrdu sinnini hjá hesum óndum monnum.

Men samstundis stóð har ósjónligur eingil frá Gudi, sum skrivaði niður allar teirra vanæruligu fyriskipanir, og skrivaði søguna um teirra gerðir, sum vóru ov ræðuligar fyri tað menniskjaliga eyga at síggja. Bábylon, hin stóra skøkjan, var drukkin av blóði teirra heilagu.12 Milliónir blóðvitnir við sundursorlaðum likami róptu upp til Gud um hevnd yvir hetta falna veldi.

Pávaveldið varð jarðarinnar harðræðisveld. Kongar og keisarar boygdu seg fyri pávans fyriskipanum. Mannalagnur tyktust at skula vera í hondum hansara um tíðir og allar ævir. Í fleiri hundrað ár vórðu nógvir katólskir kirkjusiðir og veitslur teirra hildnar og virdar. Prestarnir vóru ærdir og fingu í posa og sekk. Kirkjan hevur ikki síðani havt slíka virðing, skreyt og makt.

Men“middagstími pávadømisins var heimsins midnátt.”13 Kunnleikin til hina heilagu Skriftina var sera lítil - ikki bara ímillum tað vanliga fólkið, men eisini ímillum prestar. Leiðandi menn pávakirkjunnar hataðu tað ljósið, sum vildi avdúka syndirnar, júst sum fariseararnir á sínari tíð. Tá lóg Guds, sum er rættvísisins mátistokkur, varð beind burtur, høvdu teir óavmarkað harradømi og kundu útinna sínar ómoralsku lastir ótálmaðir. Undandráttir, havisjúka og siðloysi sótu á ovastu rókum. Fólk himpraðust ikki fyri nøkrum brotsverki, at fáa sær ríkidømi og vald. Borgir hjá pávum og klerkum, teimum høgu kirkjumonnunum, vóru miðdeplar fyri tí ringasta ólevnaði. Fleiri pávar framdu so stór brotsverk, at verðsligir valdsharrar royndu at koyra teir úr embætinum. Í nógvar øldir var eingin menning í Evropa innan upplýsing, hvørki innan list ella andaligt lív. Kristindómurin var lammaður bæði moralskt og andaliga.

Umstøður heimsins undir romverskum stýri var ein ræðulig og lemjandi uppfylling av profeti Hóseasar:“Fólk mítt gongur til grundar, tí tað hevur ikki kunnskap; afturfyri at tú hevur vrakað kunnskapin, vraki eg teg; tú skalt ikki tæna mær sum prestur; tú gloymdi lóg Guds tíns, tí skal eg eisini gloyma børn tíni.”. . .”tí eingin sannleiki, eingin kærleiki og eingin kunnskapur um Gud er í landinum. Tey svørja, tey lúgva, tey myrða, tey stjala, tey horast, tey bróta inn í húsini, og blóð verður úthelt javnt og samt .” Soleiðis vóru og eru avleiðingarnar av at vraka orð Guds.