Bardagin Mikli kapitel 32. Fra side 518tilbage

Bíbliunnar trygga grund

Bardagin mikli ímillum Kristus og Satan, sum hevur verið alt okkara skapta jarðarskeið, fær skjótt sín enda. Tí herðir Satan bardagan við lokkandi snarum sínumtil at oyða verk Kristusar, sum hann brúkar til at halda fólki føstum í óvitanar myrkri til sáttargerð Kristusar er av og einki offur longur fæst fyri synd.

Táið fólk ikki strevast ímóti Satan og samkoman er líkasæl eins og heimurin, tá stúrur hann ikki. Tí tá er eingin vandi fyri at missa nakran, sum snørdur er inn í vilja hansara. Men tá fólk spyrja um ævinleikan: ”Hvat skal eg gera fyri at verða frelst/ur?” Tá er hann skjótur á blettinum at arbeiða ímóti mátti Kristusar og heilaga Andans.

Dárandi fellur
Bíblian lærir, at einaferð tá einglar komu fram fyri Gudi, tá var Satan ímillum teirra, og tað var ikki fyri at boyggja seg fyri tí æviga Konginum, men fyri at fremja óndu ætlanir sínar ímóti teimum rættvísu. Við somu ætlan erhann altíð nærindis, táið fólk savnast at tilbiðja Gud. Sum ekstremt dugnaligur herovasti leggur hann ætlan sína í góðari tíð. Sær hann eitt sendiboð Guds lesa í Bíbliuni, ger hann sær far um evnið og nýtir síðani hvørja snildu at skipa so fyri, at boðskapurin ikki vinnur frama fyri tey, sum hann longu hevur villleitt á økinum. Tey, sum mest høvdu brúk fyri ávaringini, verða brádliga bundin av til dømis handilsviðurskiftum ella verða á annan hátt avleidd frá at hoyra og skilja tað, sum annars vildi verði ein stór hjálp í røttu tíð.

Vandamiklir vinir
Satan sær eisini hvussu tyngdir tænarar Guds eru av myrkri. Hann hoyrir inniligu bønirnar um guddómliga náði og kraft til at vinna á líkasælu, órøkiskapi og leti, sum hevur eitt stórt tak á teimum. Grammur í huga finnur hann uppá nógvar snildir. Hann freistar við matarlysti og øðrum oyðsli til ymiskasjálvsnøktan. Miðvíst doyvir hann evnir til at meta um tað hóskiliga, soleiðisat teir ikki síggja tað, sum teimumtørvar mest.

Satan veit, at tey hann fær til at vanrøkja bønina og Bíbliuna, verða ein løtt ránsveiða hjá sær. Tí ger hann alt ímillum himmal og jørð fyri at draga tankarnar burtur frá bønini og Bíbliuni. Slík menniskjuhava altíð verið til, sum siga seg óttast Gud, men uttan at leita sannleikan upp sjálv. Teyfylla sín átrúna við at finna feilir í lyndi og trúgv teirra, sum tey eru ósamd við. Hesi fólkini eru av allarbestu hjálparum Satans.

Ákærarar brøðranna eru ikki fáir, og altíð serliga virknir, táið tænarar Guds av sonnum fagna Frelsaran. Teir seta orð og gerðir teirra, sum elska sannleikan í lýdni, í eitt skeivt ljós.Teir skuldseta trúgvu og ídnu tænarar Krists fyri at lumpa onnur og at lata seg lumpa. Teir sáa illgruna um eina hvørja góða og sanna gerð – og vekja tann vegin iva inn í medmenniskju við lítlum royndum. Á ein og hvønn hátt royna teir at fáa tað, sum er rætt og gott sett á høvdið, og lýst rangvørt til at vera óreint og villleiðandi.

Tað sæst hvørs børn tey eru, og hvørja fyrimynd tey fylgja:”Av fruktum teirra skulu tit kenna tey.”. . . Øll við ákærandi óvanum líkjast Satani í háttalag við sínum eitrandi útspillingum, honum, sum er “klagari brøðra vára.”

Grundvøllur sannleikans
Hin stóri falsarin eigur nógvar hjálparar at bera villur sínar út og at seta snarur upp til at fanga sálir við – eitt nú sum falskar lærur, tillagaðar hug og evnir teirra, sum Satan vil oyða. Einætlan er at fáa óreiðilig, ikki sonn trúgvandi,við inn í samkomuna. Hesi vil hann hava til at sáa iva og vantrúgv til at verða eina forðan fyri øll tey, sum vilja síggja verk Guds ganga fram og sjálv verða partur í framgongdini. Mong, ið ikki veruliga trúgva á Gud og orðið, eru samd um ávísar grundreglur sannleikans, og verða tí mett at vera kristin. Á hendan hátt fáa tey høvi til at koma við villleiðingum, sum um tær umboða læru Bíbliunnar.

Hugburðurin, at tað ikki hevur nakran týdning, hvat menniskjað trýr uppá, er eitt taðstørsta svikabragdi hjá Satani. Hann veit at sálin halgast, táið ein tekur við sannleikanum í kærleika. Tí roynir hann alsamt við eftirgjørdum ástøði, ævintýri og skrøggi at fóðra fólk við onkrum øðrum, soleiðis at hann fær skuggað fyri Bíbliunnar sanna gleðiboðskapi. Heilt frá byrjanini hava tænarar Guds stríðst ímóti følskum lærarum, ikki bara tí at teir vóru óndir, men tí teir bóru falskar boðskapir, sum var mongum sálum til stóra vanlukku. Elisa, Jeremias og Paulus stríddust allir óttaleysir ímóti teimum, sum leiddu fólk burtur frá orði Guds. Eitt snarað tolsemi og frælslyndi um, at røtt gudstrúgv er týdningarleys, vann ongan stuðul hjá hesum heilagu verjum sannleikans.

Tær nógvu, ógreiðu og hugfloygdu bíbliutulkingarnar, sum elvatil stríðandi lærur í kristna heiminum, eru eitt úrslit av snildum fíggindans. Ætlanin er at ørkymla tankarnarso illa, at teir ikki síggja munin á lygn og sannleika. Ósemjur millum ymiskar kristnar kirkjur koma í stóran mun av vanliga lyndinum til at snara Bíbliuna, til tess at hon betri skal stuðla undir umtóktar lærurog siðvenjur. Heldur enn at gera sær størri ómak og við eyðmjúkleika at granska orð Guds, fyri at kenna vilja hansara, royna mong bert at finna okkurt serstakt ella løgi.

Til at stuðla ókristnari læru og siðvenju, finna tey ávís skriftstøð at lesa í ósamsvar við Bíbliunnar samanhang. Tey endurgeva hálv, heil ella nøkur fá ørindir, kveistrandi onnur til samanhangin burtur, og fáa tað øvuta burturúr tí, sum Bíblian veruliga lærir.Snild sum slangur víggirða tey seg handan avskornar setningar, sum verða tulkaðir eftir holdbornu lystum teirra. Soleiðis snara mongGuds orð við vilja. Onnur við lívligum hugflogi tulka súmbolini sum teimum hóvar, uttan at hava í huga, at Bíblian tulkar seg sjálva. Tey føra egin sjónarmið fram, sum um tey vóru Bíbliunnar.

Táið fólk granska Bíbliuna uttan bøn og uttan eyðmjúkun anda við opnum sinni at læra, kunnu bæði einfaldir og torskildir partar missa sín sanna týdning. Katólskir leiðarar velja teir bíbliupartar, sum best tæna egnum áhugamálum. Teir tulka nógv avlagað og prædika síðani úrslitið. Samstundis nokta teir teimum sjálv at lesa heilagu sannleikarnar. Øll Bíblian eigur at latast fólkinum júst sum hon er. Tað hevði verið betri als ikki at fingið undirvísing, enn at verða lærd Skriftina skeivt og grovt mistulkaða.

Bíblian er givin til at vegleiða øll, sum ynskja at kenna vilja Skaparans. Gud gav okkum trygga orð profetanna. Kristus vístiseg við einglumfyri Dánjal og Jóhannes um tað, sum skjótt skal henda. Hesi týðandi viðurskiftir um frelsuna vórðu ikki fjald, men opinberaði soleiðis, at sonn leitandi onga grund hava til at ørkymlast og villleiðast. Harrin segði við profetin Habakkuk: “Skrivað upp sjónina – skrivað hana skilliga á talvurnar, so hon er góð at lesa!”Orð Guds talar týðuliga og greitt til øll, sum granska tað undir bøn. “Ljós rennur upp fyri rættvísum, og gleði fyri sannhjartaðum.”3Eingin samkoma fær framgongd í halgan, um limirnir ikki ídnir leita eftir sannleikanum sum eftir einum fjaldum dýrgripi.

Tey mongu rákini í okkara tíð, sum spjaldra seg við frælsi, blinda mong til at liggja undirfyri snildum villleiðarans, ímeðan hann áhaldandi fremur mál sítt á tey. Táið tað eydnast honum at trýsta Bíbliuna burtur ogseta mannahugsan í hennara stað, er lóg Guds sett til viks, og samkomurnar verða tá skjótt trælir undir syndini, samstundis við at tær blindaðar rópa seg frælsar.

Vit skilja bert í brotum
Vísund og granskan er hjá mongum ein ólukka. Gud loyvir stórum streymi av ljósi at floyma yvir heimin við uppfinningum, vísund og list. Men er hendan granskan ikki leidd av orði Guds, fara sjálvt bestu heilar at ørkymlast í royndunum at kanna sambandið millum vísindir og opinbering.

Vitanin um bæði tað andaliga og materiella er ófullkomin. Hetta ófullkomna ger, at so mong hava ilt við at síggjafróðskapin at harmonera við Bíbliuna. Teygóðkenna heimspekiligar hugleiðingar og lærur sum vísind og halda, at orð Guds skal roynast eftir tí viðurkenda, og tó ótrygga og illa grundaða. . . .“Á Timoteus! Varðveit tað, sum tær er litið upp í hendur, og vend tær burt frá hinum vanheilaga tóma tosi og mótstøðu “kunnskaparins” – sum tað av órøttum verður kallað.”

Skaparin og verk hansara eru langt uttanfyri okkara fatan ? og núvit ikki fáa greinað tað, sum Bíblian lærir við fótafesti í náttúrulógunum, siganógv Bíbliuna at vera óálítandi. Menher er tað teirra egna óálitandi heimsmynd, ið spælir teimum puss.Hesi, sum ivast í trúvirði Gamla- og Nýggja testamentis, fara so ofta eitt stig víðari, og ivast í um Gud í heila tikið er til og geva náttúruni óavmarkaða megi. Táið tey á hendan hátt hava slept akkeri trúar, reka tey ímóti klettum og skerum vantrúar.

Soleiðis villast og dárast mong ívantrúgv. Tey stremba eftir at gera seg klókari enn Skaparin. “Leirið” vil læra Leirkerasmiðin (Es 29:16). Heimspekin hevur roynt at kanna og greiða loynidómar, sum sjálvt ævinleikin ikkifer at opinbera. Um bara fólk vildu sæð og skilt, hvat Gud hevur sagt um seg sjálvan og sínar ætlanir, tá høvdu tey fingið eina slíka fatan av dýrd, tign og megi Guds, at tey sættaðust við tað, sum teimum og børnum teirra longu er opinberað.

Eitt av meistaraverkum Satans er at fáa fólk at halda fram at granska og gita um viðurskiftir, sum Gud ikki hevur avdúkað, og ikki ætlar vit skulu skilja. Lusifer misti plássið í Himli, tí hann var misnøgdur við, at Gud ikki segði allar sínar ætlanir og hyggjuráð. Hann gloymdi heilt at seta prís upp á tað, sum honum var opinberað um sítt egna arbeiði í høga starvinum, sum honum var litið til. Við at vekja somu ónøgd hjá einglum undir sær, fekk hann nógvar við í fallið. Og nú sáar hann somu muruna í fólk, fyri eisini at freista tey at bróta Guds greiðu boð.

Væl lýdd ástøðir brúkt til undanførslur
Tey, sum vraka Bíbliunnar greiðu sannleikar, royna javnan at finna okkurtannað at doyva samvitskuna við. Og jú minni sjálvsnoktandi og andaligt tað er, jú størri er undirtøkan. Tey seta skynsemið lágt fyri at fylgjaholdsbornu lystunum. Tey halda seg vera ov klók til at leita í Bíbliuni við angrandi hjarta í bøn til Gud, fyri at finna guddómiliga vegleiðing. Tí hava tey onga verju ímóti villingini. Satan er altíð til reiðar at uppfylla ynskir teirra og fyllir tey við lygn, har sannleikin átti at fylt sinnið. Soleiðis vann pávadømið eisini valdið á fólki og mangir protestantar fara somu leiðinatil at havna sannleikanum, tí hann krevur ein kross at bera.

Øll, sum síggja burtur fráorði Guds, og velja siðvenju fyri ikki at síggjast burturúr, enda í bannlýstari ranglæru tiltrúarstøði. Hesi, sum annars vamlast við lygn, trúgva nú uttan himpr lygn. Allar hugsandi villur eru góðtiknar av teimum, sum vraka sannleikan fyri at velja siðvenju. Táið Paulus talaði um teir, sum “ikki tóku ímóti kærleikanum til sannleikan, so teir kundu verða frelstir,” segði hann: “Tí sendir Gud teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini – fyri at tey skulu verða dømd, øll, sum ikki hava trúð sannleikanum, men hava havt tokka til órættvísina.”5Við ávaringini í huga eiga vit at vera á varðhaldi og ansa væl eftir hvørjari læru vit góðtaka.

Eitt tað munabesta hyggjuráði Satan brúkar er andatrúgvin, spiritisman, hendan villleiðingin følsku undrum. Duldarílatin ljóssins eingil setur hann gørn, har tey góðvarnu minst vænta tey. Um fólk lósu meira í orðið Guds og bóðu inniliga fyri at skilja tað tey lósu, endaðu tey ikki í hesari myrku gandaðu støðu. Men blind og vrakandi sannleikan sita tey nú føst í gørnum og verða rubbaða veiða villleiðarans.

Ein onnur vandamikil læra er hon, sum avnoktar Kristusar guddómligheit. Hon sigur at hann ikki var til áðrenn føðing í Betlehem. Nógv, sum siga seg trúgva Bíbliuni, taka glað við hesari læru. Men hon stríðir beint ímóti Frelsarans týðuligu útsøgnum viðurskiftið við Faðirin, sín undan-eksistens og guddómliga lyndi. Einans grov snaring av Bíbliuni kann grundgeva slíka læru. Trúgv undirgrevur alla fatan av Jesu sáttarverki, og undirgrevur trúnna á, at Bíblian er opinberað monnum av Gudi. Tað ger falslærunasera vandafulla fyri trúnna og torføra at svara aftur í orðaskiftum.

Táið menniskju vraka vitnisburð Bíbliunnar um Kristusar guddómsleika (ævigur Gud við Faðir sínum),tá er einki grundarlag eftirat tosa um evnið. Als eingin grundgeving, hvussu avgerandi og beinrakin hon enn er, vildi sannført tey. ”Men hitt natúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga.”6. . .Tann seki í hesi villing kann ikki hava eina sanna fatan av hvørki lyndiella trúboðan Kristusar um Guds stóru ætlan at frelsa menniskjuni.

Enn ein snúgvin og ónd villing er hon, at Satan ikki er ein persónlig vera – ikki ítøkiligur – men at navnið í Bíbliuni bert er ímyndin til teir óndu tankarnar og lystirnar.

Frá fleiri prædikustólum ljóðar eisini tann skeiva læran, at Kristi afturkoma er í deyðastundini hjá tí einstaka. Hetta hevur Satan funnið uppá til at avleiða tankarnar frá Kristusar persónligu afturkomu í skýnum. Satan sigur áhaldandi: “Hygg, hann er í kømrunum,”7. . . Mong eru óiva glatað, tí tey trúðu og bygdu á hettar svikið.

Verðsligur vísdómur sigur bøn er tvætl ogóneyðugt, tí einki veruligt bønarsvar er til. Tað vildi verið eitt undur og í stríð við náttúruna. Teir nokta blankt,at undurverk henda og siga, at Universiðer stýrt av egnum óvikandi lógum, og at sjálvt ikki Gud ger nakað, sum er í stríð við hesar lógirnar. Soleiðis lýsa teir Gud stýrdan av egnu lógum sínum – sum um at guddómligar lógir kunnu útilæsaalt guddómligt frælsi. Slík læra stríðir ímóti Bíbliunnar vitnisburði. Gjørdu Kristus og lærusveinarnir ikki undurverkir? Sami miskunnsami Frelsarin livir eisini í dag, og hann lurtar eins fegin nú eftir bønum teirra trúgvandi, sum tá hann gekk á foldum. Tað natúrliga arbeiðir saman við tí yvirnatúrliga. Og Gud vil geva okkum alt, sum vit biðja um í trúgv, slíkt, sum vit annars ikki fingu.

Bíbliunnar myndugleiki
Eitt ótal av skeivum lærum og ørvitis hugsanum vinna frama í kristnum kirkjum. Umtókta gudfrøðin er eitt satt Bábylon, sum ger fólk skeptisk og vantrúgvandi, ið annars kundu trúð Bíbliuni. Tað er ógjørligt at meta fylgjurnar av, at taka burtur eitt einasta av mørkunum í orði Guds. Einans fá teirra, ið ditta sær til tað, lata sær lynda bara at vraka ein av sannleikunum. Tey flestu halda fram at vraka ein sannleika fyri og annan eftir, til tey at enda fara heilt burtur frá trúnni og útí gudloysi.

Villur í umtóktum trúarlærum hava leitt mong út í iva, sum annars høvdu trúðBíbliuni. Tey fáa ikki góðkent lærusetningar, sum eru í stríð við sans teirra fyri rættvísi, miskunn og kærleika. Og táið hetta er borið fram sum ein læra úr Bíbliuni, nokta tey at viðurkenna hana sum orð Guds.

Hetta er júst tað, sum Satan vil. Hann roynir av øllum alvi at spilla álitið á Gud og orðihansara. Satan gongur á odda í “ivafólksins” stóra skara, og ger tað dýrasta hann er mentur at lokka fólkyvir til sín. Tað er “politiskt korrekt” at ivast, tað er –“gott latín”–og ein mótasak. Mong eru tí orði Guds tortrúgvin í dag. Og tey, sum ikki vilja vera krøvum orðsins lýða, royna at kollrenna myndugleikan, tí hann fordømir synd.Tey lesa í Bíbliuni oglurta eftir læruni frá prædikustóli, menbara fyri at finna feilir íSkriftini og prædikuni. Mong verðatil gudloysingar einans fyri at rættvísgera seg ella at umbera seg fyri sína egna vanrøkt. Muran er tí at skáka sær undan skyldum.Onnur taka til sín illgrunasamar grundreglur av hugmóð ella leti. Tey gera sær lívið lætt við at sleppa undan sjálvsnoktan og øðrum, sum seturkrøv. Í staðin velja tey at finnast at Bíbliuni og royna koma sær í orð fyri stóran vísdóm. Men tað er so mangt, sum mansins skynsemi ikki fatar, um tað ikki er guddómliga upplýst, og tí fellur tað so lætt hjá tí ivasama at átala ogfinnast at. Og mong síggja tað eisini sumeina dámliga dygd at stilla seg undir liðini hjá tí vantrúgvandi og ivasama. Men handan ta erliga framkomuna, so er drívmegin kortini oftast sjálvsnøgd og hugmóð.

Mongum dámar at finna okkurt í Skriftini, sum fær ørkymlað onnur. Mong fara tá undir at átala og grundgeva á skeivum grundarlag, einans fyri at fáa eitt kjak. Tey vita ikki, at tey soleiðis fløkja seg í snarur veiðumansins. Men táið tey einaferð hava viðgingið seg sum vantrúgvandi, kenna tey tað ofta soleiðis, at tey eru noydd til at halda fast við sjónarmiðið, sum tey fyrr hava vart, og vera tá standandi í somu støðuni eins og í kyksendi. Nú standa tey undir lið teirra gudleysu og hava sagt Paradísið frá sær.

Trúgv og ivi
Bíblianhevur nóg góð prógv fyri, at uppruni hennara hevur guddómligan uppruna. Sannleikin um frelsuna er greiður, og hjálp heilaga Andans er teimum lovað, sum biðja Gud um vegleiðing. Gud hevur givið ein sterkan grundvøll at byggja trúnna á.

Kortini megnar avmarkaða mannavitið ikki fult at skilja Guds ævigu ætlan. Tað vil aldrin at eydnast at granska Guds natúr út í odd og egg. Vit skulu ikki vera so hugmóðig, at vit krevja slørið drigið frá, har Gud krógvar hátign sína. Ápostulin sigur: “Hvussu óútgrundandi eru ikki dómar hansara, og órannsakandi vegir hansara?”8Vit eiga kortini at skilja so mikið av viðferð Guds við okkum, og tí hann virkar út frá, at vit ásanna, at handan alt er ein óavmarkaður kærleiki og náði, sum eru savnað íóendaligum mátti. Himmalski Faðir okkara stýrir øllum við vísdómi og rættvísi, og vit skulu ikki vísa misnøgd og misálit, mengeva okkum undir í eyðmýkt. Hann gevur okkum tað innlit í ætlanir sínar, sum tænir okkum at vita, men út um tað eiga vit at líta áalmáttugu hond og stóra hjarta Guds, sum rennir yvir við kærleika.

Hóast Gud hevur givið okkum ríkiligt av prógvum, sum stuðla undur trúnna, vil hann ikki taka burtur allar umberingar til vantrúgv. Tey, sum leita eftir onkrum at grundgeva fyri mistrúgv sína, fara eisini altíð at finna tað. Og tey, sum nokta at trúgva og lýða orði Guds, fyrr enn beint er fyri øllum forðingum og eingin møguleiki er eftir tiliva, fara ongantíð at finna ljósið.

Misálit á Gud er natúrligt fyri eitt óumvent hjarta. Men trúgvin, sum kveikt verður inn við heilaga Andanum, verður sterkaritá fjálgað verður um hana. Eingin gerst sterkur í trúnni uttan ágrýtni og stór tøk. Mistrúgvin veksur sjálvandi, um hon fær gróðrarlíkindir, til dømistá menniskju hava fyri vanaat tala at, heldur enn at dvølja við tann góða vitnisburðin, sum Gud gevur okkum til at styrkja trúnna við. Dvølja vit ikki við tann góða vitnisburðin, gerst ivin bara størri og kann festa djúpar røtur.

Men tey, sum ivast um lyftir Guds og náði hansara, vanæra hann. Ístaðin fyri at draga menniskju til Kristus, fáa tey fólkat venda honum baki. Tey eru trø, sum ikki bera frukt, men breiða greinar sínar víða kring og forða sólarljósi fram til aðrar plantur, so at tær følna og doyggja undir teirra kalda skugga. Hendan myndinlýsir lívsverk teirra og vil ósvitaliga fara at vitna ímóti teimum, sum sáddu sáð ivans, ið altíð gav ein stóran gróður!

Tey, sum veruliga ynskja at sleppa av við allan iva, hava bara eina leið at fara. Heldur enn at seta spurningar og tala at tí, sum tey ikki skilja, eiga tey at festa seg við tað ljósið, sum longu skínur á leið teirra – og tá so við og við vænta sær meiraljós. Um tey røkja sínar skyldur, sum tey skilja, fara tey seinni heilt vist eisini at gerast før fyri at røkja tær skyldur, sum tey ikki enn skilja og higartil hava ivast í.

Satan megnar so væl at fáa lygnat líkjast sannleika, at hann lættliga lumpar tey, sum lata seg lumpa og vilja sleppa undan tí sjálvsnoktan ogofrum, sum sannleikin krevur. Men hann fær ikki varðveitt valdið á fólki, sum brenna fyri sannleikanum. OgKristus er sannleikin og “ljósið, sum lýsir yvir øll menniskju,...”Sannleikans Andi er sendur út at leiða menniskju til allan sannleikan. Sonur Guds segði: “Leitið, so skulu tit finna,” og“Vil nakar gera vilja hansara, so skal hann fáa at síggja, um læran er av Gudi.”

Álitið er á Gud eina
Tey, sum fylgja Kristusi, vita lítið um øll tey svikaráðini, sum Satan og herur hansara leggja ímóti teimum. Men hann, sum býr í Himli, vil kolldøma allar hesar snildir Satans og fullføra sína djúpu ætlan. Harrin loyvir at børn hansara fáa freistandi eldroyndir. Hann gleðist avgjørt ikki um trongdir teirra, men hann veit, at roynslurnar eru neyðugar fyri tann endaliga sigurin. Gud fær ikki í samljóð við egnu dýrd sína vart fyri hvørjari tøling, tí sjálv ætlanin í at møta royndum er at brynja til mótstøðuføri til syndarinnar atdráttarmegi í allari Satans lokkan og útgjaring.

Hvørki ónd menniskju ella devlar (illir andar), kunnu forða verki Guds, ella skilja hann frá børnum sínum, um tey lítillátin og angrandi biðja um fyrigeving, taka frástøðu frá øllum syndum sínum og í trúgv minna hann á lyftini í Bíbliuni. Tá kann ein og hvør kann standa ímóti allari freisting og skaðiligum árini, men “ikki við styrki og ikki við kraft, men við Anda mínum – sigur Harrin Gud herskaranna.”10. . .

“Tí eygu Harrans eru yvir hinum rættvísu, og oyru hansara eru vend til bøn teirra. Men ásjón Harrans er ímóti teimum, sum gera ilt.. . . Og hvør er tann, sum kann gera tykkum ilt, um tit eru íðin fyri hinum góða?”

Táið Bileam lokkaður av lyfti um stóra løn, fekst viðgandakynstur ímóti Ísrael, og við ofringum til Harran ákallaði bannlýsingar yvir fólk Guds, tá bannaði Andi Guds honum í at siga tað ónda, sum hann vildi siga, og Bileam varð noyddur at siga nakað heilt annað: “Hvussu skal eg banna tí, ið Gud ikki bannar! Hvussu skal eg biðja ilt niður yvir tann, ið Harrin ikki er vreiður inn á?”. . . “Lat sál mína fáa tann deyða, ið hini sannhjartaðu fáa, og lat lívslok mítt verða sum teirra!”11. . .Eftir enn eina ofring segði hesinn ógudiligi profetur: “Sært tú, at signa er mær givið – hann hevur signað, og eg kann onga vend geva tí! Ei skoðar hann órætt í Jákupi, ei sær hann mein í Ísrael – Harrin Gud hansara er við honum, og fagnaðarróp sum fyri kongi ljóða har.”. . . “Ikki er gandur í Jákupi, ikki eru spádómsbrøgd í Ísrael! Táið tíðin er komin, verður sagt Jákupi og Ísrael tað, ið Gud ætlar at gera.” Nú er sagt um Jákup og Ísrael:“Hvat hevur tú gjørt?” . . . Fyri triðju ferð reisti hann altar, og Bileam royndi aftur at forbanna. Men um profetsins treku varrar at fáa tað sagt, signaði Andi Guds nú fólkið og áminti dárskapin og óndskapin hjá teirra fíggindum.”Signaður hann, ið teg signar, og bannaður hann, ið tær bannar!”

Hesa tíðina vóru ísraelittar Gudi trúfastir. So leingi at teir vóru lóg Guds lýdnir, kundi einki veldi á jørðini ella úr helviti sigra á teimum (Helviti, Gehenna: Dalurin, tey brendurusk í, sunnan fyri gamla Jerusalem.) Men bannlýsingin, sum varð noktað Bileami at siga, eydnaðist honum seinni kortini at lýsa yvir fólk Guds við fyrst at leiða tey í synd. Táið tey brutu boð Guds, skiltust tey frá Gudi og góvu seg í týnarans mátt.

Satan veit at enntáhin veikasti, sum heldur seg tætt at Kristusi, er sterkari enn øll myrkursinsveldir. Hann veit eisini, at um hann gekk óduldur, sigraði hann aldrin. Tí roynir hann at draga krossins stríðsmenn burtur frá sterku borg teirra í Kristui. Síðani liggur hann og lúrir við heri sínum at gera slysálop við øllum sínum fylgisneytum, til reiðar at týna ein og hvønn, sum váðar sær inn á hansara øki. Einans um vit eyðmjúk, leggja alt álit okkara á Gud og lýða øll boð hansara, kunnu vit kenna okkum trygg.

Eingin kann vita seg tryggan ein tíma, uttan at vaka og biðja. Vit eiga serliga at biðja um vísdómintil at skilja Guds orð. Bíblian avdúkar svikaráð Satans, og lærir at verja okkum ímóti teimum. Hann er meistari at endurgeva Bíbliunavið snarandi virkningum. Soleiðis tølir og villleiðir hann tey, sum eru ov illa grundfest í Skriftini.Vit eiga at lesa Bíbliuna við eyðmjúkum hjarta, og ikki gloyma tørvin á hjálpini frá Gud, altíð á varðhaldi fyri snarum Satans - biðjandi til Gud í trúgv: “Leið okkum ikki í freistingar!”