Bardagin Mikli kapitel 33. Fra side 531 | tilbage |
Satan kýtti seg frá fyrsta degi Adams at villleiða tey. Uppreistrareingilinúr Himli vildi hava menniskjuni í sín part ímóti stjórn Guds. At Adam og Eva vóru í fullari eydnu sum lóg Guds lýðin, vitnaði støðugt ímóti tvíhhaldi hansara í Himli um, at lóg Guds var harðrend og ikki tænti bestu eydnuskapninganna. Eisini vaks øvundin av at síggjatann vakra heimin, sum skaptur var syndafría parinum. Hann setti sær tá fyri, at fáa tey burtur frá Gudi yvir í sítt vald og at ogna sær jørðina til sítt ríki í andstøðu til tann Almáttuga. ”Tit skulu als ikkidoyggja” Kvinnan svaraði orminum:”Vit kunnu eta av fruktini á trøunum í urtagarðinum; bert ikki fruktina á trænum, ið stendur mitt í urtagarðinum, um hana segði Gud: »Tit mugu ikki eta av henni, ei heldur nema við hana, tí so doyggja tit.«”Tá segði ormurin: ”Einki skulu tit doyggja, men Gud veit, at táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum gudar at kenna gott og ilt!”2(KJV) Hann segði tey fóru at verða eins og Gud, fáa størri vísdóm og fara at liva á einum hægri støði við at eta ta leskiligu forbodnu fruktina. Tá fall Eva og tók Adam við í fallið. Tey trúu orminum og hildu, at Gud ikki hevði meint tað, sum hann hevði sagt. Tey fingu misálit á skapara sín, og hildu hann hava roynt at avmarka frælsið. Tey roknaðu nú við at gerast klókari og koma upp í eina hægri tign við at bróta boðhansara. Men Ádam fekk at sanna hvat lá í boði Guds: “Tann dag, tú etur av teimum, skalt tú vissuliga doyggja.” Hevði ormurin talað satt? Merktu tey nú størri tign? Ísofall var nakað gott hent við at bróta lóg Guds og Satan vorðin mannaættini ein vælgerði. Men Adam fekk annað at sanna! Gud gav nú boð um, at menniskjan sum revsing fyri synd sína, aftur skuldi verða til mold, sum hon var komin av: “Av mold ert tú, og til mold skalt tú aftur verða.”3Orð Satans:”Táið tit eta av tí, so verða eygu tykkara latin upp,”vístu seg bara sonn í tí merkingini, at tey nú sóu sína dáragerð. Tey gjørdust kunnig við hitt ónda og sóu, hvat ólýdni førir til. Tey fingu beisku fruktina at smakka av lógarbroti. Ódeyðiligleikin kemur aftur við Jesusi Eingin vón hevði verið fyri mannaættina, um ikki Gud ofraði sín egna Son og gav henni enn ein møguleika, at fáa ævigt lív.”Deyðin . . . trongdi ígjøgnum til øll menniskju, tí øll syndaðu.” Men Kristus ”gjørdi deyðan til einkis og førdi við evangeliinum fram í ljósið lív og óforgeingiligleika.” Skriftin eru týðilig. Einans við Kristusi fæst ódeyðiligleiki. Hann segði: ”Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið.” Hvør tann einasti, sum lýkur treytirnar, kann tí fáa hesa ómetaligu gávuna. Øll, sum ”við áhaldni í góðum verki søkja dýrd, heiður og óforgeingiligleika,” skulu arva ævigt lív. Hin stóri falsarin er tann einasti, sum lovaði Adami ævugt lív hóast ólýdni. Orð slangunnar við Evu vóru: “Tit skulu als ikki doyggja.” – Hetta var fyrsta prædikan nakrantíð um ódeyðiligar sálir.Men hendan kunngerð, sum einans byggir á myndugleika faðir lygnanna, er endurtikin á kristnum prædikustólum og tey flestu eru fús at taka falska boðskapin til sín á sama hátt sum fyrstu forfedrar okkara gjørdu. Teir útleggja Guds orð til Adam beint øvugt:”Tann sál, ið syndar, skal doyggja.”5Tað falsa teir til: “Tann sál, sum syndar, skal ikki doyggja, men liva um allar ævir.” Ein má undrast yvir so løgna dáran av orðum Satans og eitt so stórt blindni og vantrúgv til orð Guds. Um menniskjan enn át frukt av lívsins træi, hevði hon livað og ikki doyð. Og syndin hevði tá eisini verið gjørd ódeyðilig. Men kerúbar við logandi svørðum fóru at halda vakt at forða nøkrum”vegin til lívsins træ.”6 Ikki ein av ætt Ádams er sloppin inn um hesa forðing at eta hesa lívgevandi fruktina og tí er eingin ódeyðiligur syndari til!!! Følsk boðan – skeiv læra Soleiðis flytir aðalfíggindin sína egnumuru á Skaparan. Grimdin er satanisk. Gud er kærleiki. Alt hann skapti var reint, heilagt og vakurt, inntil hesin uppreistrar eingilin bar syndina inn í heimin. Satan er stóri fíggindin, sum lokkar menniskjuni í synd, fyri síðani at týna og oyða alt, sum hann fær oytt. Hann frøist táið tað eydnast. Kundi hann gjørt tað, hevði hann eisini sópa alla mannaættina í nót sína. Og gjørdi himmalska megin ikkiinntrivið, so var ikki ein av Adams synum og døtrum sloppin undan. Eins og Satan lumpaði forfedrarnar, roynir hann nú at máa álitið undan Skaparanum við at sáa iva um stjórnarskipan Guds og um lógin er rættvís. Í sjálvverju fyri uppreisturin og óndskapin lýsa Satan og umboðini hjá honum Gud at vera verri enn teir sjálvir.Stóri villleiðarin roynir at kasta himmalska Faðir okkara sín egna óndskap fyri, og sjálvur av órøttum at vera burturvísur úr Himli, tí hann ikki vildi geva seg undir ein so órættvísan Harra.Hann gyklar menniskjumstórt frælsi, sum tey høvdu kunnað fingið undir leiðslu hansara, í mun til ta lógartrælkan, sum strongu lógirnar hjá Jehova fjøtra tey til. Soleiðis eydnast tað honum at lokka fólk til at venda Gudi bakið. Hvør sansur og kensla av kærleika, rættvísi og miskunn má seta seg ímóti læruni, at syndarar verða píndir í eldi og svávuli í ævigt brennandi helviti. At tey orsaka av syndini, sum tey gjørdu í stuttum jarðarlívi, skulu pínast líka leingi at Gud er til. Hendan læra hevur stóra útbreiðslu og er partur av mongum kristnum trúarjáttanum. Ein professari í trúarlæru segði: “Sjónin av helvitis pínslum vil økja lukkuna hjá halgimennunum um allar ævir. Táið tey síggja onnur, sum eru av somu natúr og fødd undir somu umstøðum, niðurblakaði í vesældóm, meðan tey sjálv eru so upphevjaði, verða tey heilt klár yvir, hvussu lukkulig tey eru.” Ein annar segði:”Ímeðan fordømingin í allar ævir rakar vreiðinnar børn, vil roykurin frá pínum teirra til ævigar tíðir stíga upp fyri børnum náðisins, sum í staðin fyri at hava ilt av líðingunum hjá illa lagnuraktum vinum og kenningum, vilja syngja: Amen, halleluja, lovprísaður verið Gud!” Hvar í Bíbliuni finna vit slíka læru? Fara tey frelstu í Himlinumat missa alla samkenslu og miskunn? Verða tey líkasæl sum stoikarar og bonsk illmennir? Nei! Soleiðis er Bíbliunnar læra ikki. Men nógv lærd og heiðurlig fólk hava hetta sjónarmið. Tey eru blindað av Satan. Hann hevur lumpað tey at reingja ávísar sterkar útsøgnir í Bíbliuni og givið teimum beiskleikans óndskap, sum einans eyðkennir hann sjálvan, og avgjørt ikki Skaparan. ”So satt sum eg livi – sigur Harrin Harrin – Eg havi ikki gleði av, at hin gudleysi doyr, men av, at hin gudleysi vendir við frá atburði sínum og livir!” . . .”vendið við, vendið við av óndu leiðum tykkara! Hví vilja tit doyggja, hús Ísraels?” Hvat skuldi Gud vunnið av at skoða yvir endaleysar pínslur, og hvørja njóting átt av at hoyra bølbiðjandi stynjandi skapningum niðri í einum helvitis eldi? Kundu hesi ræðuligu ljóð verðisum ein tónlist í oyrum Guds - í kærleikanum (1 Jóh 4:8). Ført verður fram, at líðingar teirra óndu skulu vísa hatur Guds til syndina, sum oyðileggur Alheimsins lóg og landaskil.Er hetta ikki gudsspottan? Skuldi hatur Guds til syndina verið orsøk til, at hon skal vera til í allar ævir? Hesir snúgvu gudfrøðingarnir læra, at hendan áhaldandi vónleysa og miskunnarleysa píningin fær hesi ólukkuligu offur í vitloysi at oysa út bannorð og bølbiðjanir, sum ger tey alsamt sekari í synd. Men dýrd Guds hækkar aldrin av at syndin áhaldandi økist. Snaraða myndin av Gudi Læran um ævigar pínslur er ein av følsku lærunum, sum Bíblian nevnir “vreiðivín horulívs Bábylons, sum hon hevur givið fólkasløgunum at drekka.”Tað er ófatuligt at kristnir prestar hava tikið slíkt til sín og prædika eina slíka villing. Teir fingu hana frá romakirkjuni, sum eisini ásetti kirkjufólkinum falska sabbatin. Satt er tað, at hesar stóru villir hava eisini stórir og góðir menn lært frá sær, men teir høvdu jú einans ábyrgd av tí ljósinum, sum skein í teirra tíð. Vit hava ábyrgdina av tí ljósinum, sum skínur í okkara tíð. Um vit venda okkum frá vitnisburðinum í orði Guds og taka falskar lærur til okkum, einans tíforfedrarnirtrúðu teimum, tá koma vit undir bannlýsing Bábylons, tí tá drekka vit eisini av vreiðivíninum, sum knýtt er at horulívi hennara. Universalisman –at øll verða frelst? Fyri at vísa hvussu teir snara Bíbliuna, sum læra sálarspillandi ástøðið um at øll verða frelst, er einans neyðugt at endurgeva teirra egnuorð. Táið ein ikki trúgvandi doyði avferðsluvanlukku, talaði ein universalistiskur prestur við jarðarferðina yvir hesi orð Dávids:”. . . - tí hann varð troystaður í sorgini um, at Amnon var deyður.” . . . ”Eg verði ofta spurdur,”segði presturin, ”hvat hendir við teimum, sum fara úr hesi verðini í syndum sínum.” Tey doyðu kanska mitt í eini kenning ella við blóplettaðum klæðum av brotsverki, sum tann ungi maðurin av ferðsluvanlukku, uttan nakrantíð at hava verið játtandi kristin ella livavið nakrari trúarroynd hesum viðvíkjandi . . .Lat okkum spyrja Bíbliuna. Hon svarar hesum stóra spurningi. Amnon var ein stórur syndari. Hann angraði ikki, táið hann drakk sær kenning, og meðan hann var rúsaður, varð hann dripin. Dávid var profetur Guds, og hann má hava vitað, hvussu gangast skuldi Amnon í næsta lívinum í hinum heiminum. Hvat kendi Dávid so í hjartanum?”Kongurin byrjaði at leingjast so inniliga eftir Absalom, tí hann hevði troysta seg við deyða Amnons.” Hvussu skilja vit hesi orðini? Koma vit ikki til tað úrslitið, at Dávid kongur ikki trúði á æviga píning? Vit síggja her eitt sannførandi prógv fyri tí dámliga, upplýsta og vinaliga hugsunarstøðinum um endaligan reinleika og frið til øll. Dávid var komin yvir deyða Amnons, son sín. Hví? Jú, tí hann við profetsins eygum sá inn í eina glæsiliga framtíð, har sonurin varð hevjaður frá øllum freistingum, loystur úr øllum trældóms oki syndarinnar, reinsaður fyri allar spillur og leiddur inn í felagsskapin við hinum upplyftu og eydnuríku andunum. Einasti uggin var, at sonurin eftir at vera tikin burtur úr synd og líðing, varð borin hagar heilagi Andans blíði blástur skuldi hellast yvir myrknaðu sál hansara og at sinnið hjá honum tá vildi opna seg fyri vísdómi og ódeyðiliga kærleikans søta hugtaki, og at hann síðan við rættvísgjørdum sinni fór at njóta Himmalsins arv í hvílu og friði. Hesir tankar leiða okkum til ta trúgv, at hin himmalska frelsan ikki er tengd at hvat vit gera í hesum lívinum, hvørki til hjartans umvending ella til trúarjáttan. Soleiðis endurtók hesin ‘kristni’ prestur slangunar lygn, sum segði:“Tit skulu ikki doyggja.” . . .”Men Gud veit, at táið tit eta av henni verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud at kenna gott og ilt!” Hann helt uppá, at sjálvt tann óndasti av øllum syndarum – allir drápsmenn, tjóvar og hjúnarbandsbrótarar – aftaná deyðan skuldu fyrireikast til Himmalin og síðani fara inn í hina æviga sæluna. Men hvussu grundgevur falsarin? Jú,við setninginum, at Dávid gav seg undir lagnunnar forsjón. Sál hansara “fór at leingjast inniliga eftir Absalom, tí nú var hann troystaður í sorgini eftir deyða Amnons.”Tíðin hevði linnað sorgina, og tankarnir vendu sær frá deyða soninum til hin livandi sonin, sum flýggjaði av ótta fyri rættvísari revsing fyri sítt brot. Hendan eina reglan skuldi so vátta, at fordrukni Amnon, sum hevði framt blóðskemd, straks eftir deyðan skuldi verða leiddur í bústaðir teirra sælu, har hann skuldi reinsast og gerast til reiðar at liva saman við syndafríum einglum. Av sonnum ein væl skikkað skrøggað søga, sum kann tekkjast tí holdsliga hjartanum! Kann tað undra, at óndskapurin blómar undir slíkum boðskapi? Hetta er snarandi læra Satans, sum sanniliga virkar fyri endamáli hansara. Hátturin hjáhesum falskalærara er eyðkendurog lýsur nógvar javnlíkar. Teir taka nøkur orð í Bíbliuni úr samanhangi og snara teimum, sum við hvørt gerst beint øvut meining. Við avskrøddum pettum verða setningar snaraðir og nýttir sum próvførsla fyri lærum, sum ikki hava samanlagt grundarlag í orði Guds. Sonevnda prógvið fyri at váttligi Amnon er í Himli, er ein niðurstøða í stríði við Bíbliunnar greiðu talu um, at drankarar ikki arva ríki Guds.10 Soleiðis verða ivandi og vantrúgvandi fólk snarað út úr sannleikanum og yvir í lygn. Fólk í túsundatali hava latið seg lumpað av líknandi orðasnildum, og eru lullað í tryggleikans holdsligu vøggu. Um tað var satt, at øll eftir deyðan fóru beina leið í Himmalin, áttu vit av røttum at ynskt okkum deyðan heldur enn lívið. Hendan trúgvin hevur villleitt mong at gera enda á sær. Tá ið ein er niðurundurkomin av stúran, ráðaloysi og vónbroti, kann tað tykjast so lætt og einfalt bara at slíta tey klønu bondini til lívið og halda seg sveima upp í hin æviga heimin til eydnusemi. Lagna gudloysinganna Latið okkum lesa hvat Bíblian lærir um tey ógudiligu, sum ikki angra sínar syndir, tey óbótaligu. Universalisturin vil annars vera við, at hesi kortini fara í Himmalin sum heilagir og eydnusamir einglar. ”Eg skal geva hinum tysta at drekka fyri einki av keldu vatni lívsins.”Hetta lyfti er einans givið tí tysta. Bara tey, sum kenna seg at hava brúk fyri lívsins vatni, og leita eftir tí fram um alt annað, fáa tað at drekka. ”Tann, sum sigrar, skal arva hetta; Eg skal vera Gud hansara, og hann skal vera sonur mín.”11Eisini her eru treytirnar greitt skrivaðar. Fyri at arva mást tú standa ímóti og sigra á syndini. Við profetinum Esajasi segði Harrin:”Sig um hin rættvísa, at honum skal gangast væl; Ávøkst verka sína skal hann eta . . .vei hinum gudleysa – honum skal gangast illa. Hansara egnu gerðir hevna seg á hann.” . . . Og vísmaðurin bar fram, at ”við tað at syndarin hundrað ferðir kann gera ónt, og livir tó leingi. Men eg veit kortini, at teimum skal gangast væl, sum óttast Gud, afturfyri at tey óttaðust ásjón hansara, men ikki skal gangast hinum gudleysa væl.” . . . Paulus profeteraði, at “syndarin samlar sær vreiði á degi vreiðinnar, tá rættvísi dómur Guds verður opinberaður, og hann skal løna einum og hvørjum eftir verkum hansara.” . . . ”trongd og angist skal koma yvir hvørja menniskjasál, ið ger hitt ónda.” Tað vita og skilja tit, at ”eingin siðloysingur ella óreinur hevur arv í ríki Kristusar og Guds!” . . . ”Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering – tí uttan hana skal eingin síggja Harran.” . . . ”Sæl eru tey, sum gera boðini hjá honum (KJV/SH), so tey kunnu fáa atgongd til træ lívsins, og um portrini ganga inn í staðin. Men uttanfyri eru hundarnir, gandakallarnir, siðloysingarnir, manndráparnir, avgudadýrkarnir og ein og hvør, ið elskar lygn og gongur við lygn.” Gud hevur lýst lyndiðsítt at handfara synd.”Harrin! Harrin! – miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti, sum goymir náði í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd, men als ikki letur hin seka verða óstraffaðan.” . . . ”Harrin varðar øll tey, sum elska hann, men øllum gudleysum forkemur hann” . . . ”men lógbrotsmenn skulu verða týndir allir samlir, framtíð hinna gudleysu verður skorin av.”14 Guds heilaga vald og myndugleikivil berja uppreisturin niður. Øll revsingin – fult rættvís – verður í fullum samljóð við Guds æviga lyndiseyðkenni í miskunn, í toli og góðsku. Lýdni leiðandi til frælsi í eydnu Vinsoma grundreglan í miskunn og kærleika, sum Frelsarin boðaði og sýndi í verki?er sjálvur vilji og samleiki Guds. Kristus segði, at hann einans talaði um tað, sum hann hevði frá Faðirinum. Leiðsla Guds er í fullum samljóð við boð Frelsarans: “Elskið fíggindar tykkara.” (Matt 5:44; Luk 23:34) At Gud revsar tey óndu, gerhann til gagns fyri alt Universið og eisini tey, sum hann revsar. Hann vildi hjartans fegin gjørt tey eydnusom, um hann kundi tað við atliti til lóg og rættvísi. Hann gavteimum nógv prógv um kærleikan, kunnaði um lógina og bjóðaði teimum alsamt náði, men tey hataðu kærleikan, ógildaðu lóg hansara og vrakaðu náði hansara. Ímeðan tey fingu gávurnar, vanærdu teygevaran og hataðu Gud, tí tey vita, at Gud hatar synd. Harrin hevur leingi havt tol við forherðingini, men einaferð kemur sannleikans tími og lagnan er avgjørd. Vil hann tá noyða uppreistrarmenn at standa við sína lið? Vil hann noyða teir til lýdni? Svarið er NEI! Valið er okkara Kunnu hesi, hvørs lív vórðu livað í uppreistri til Gud, knappliga koma í Himmalin at síggja heilagu viðurskiftini, sum har valda – har hvør sál er fylt við kærleika, og hvørt andlit strálar av gleði og undirfagrir tónarljóma, sum áhaldandi prísa Gudi og Lambinum. Kunnu tey, hvørs hjørtu eru full í hatri til Gud, allan sannleikaogheilagleika, nú ferðast saman við teimum sælu og luttaka í teirra lovsongi? Tola tey sjónina av dýrd Guds og Lambsins? Tola tey endaleysir streymar av ljósi skína frá honum, sum situr í hásætinum? NEI! Tað er ómøguligt. Tey fingu eina drúgva náðitíð at menna eitt lyndi, sum hóskaði til Himmalin, men tey komu ongantíð at elska reinleikan. Tey lærdu ikki mál Himmalsins og nú er tað ov seint. Eitt lív í uppreistri ímóti Gudi hevur gjørt tey óskikkaði at búgva í Himlinum.Reinleikin, heilagleikin og friðurin vildi verðiðteimum ein líðing. Og Guds dýrd vildi verið teimum oyðandi eldur.Tey høvdu ynskt seg langt burtur frá hesum heilaga staði. Tey vildu bjóða týningini vælkomnari, so tey kundu krógva seg fyri honum, sum doyði fyri tey. Tey óndu hava sjálv avgjørt lagnu sína. Tey hava sjálv valt at vera víst burtur - útihýst frá Himlinum. Guds partur stóð ikki eftir! Einki manglaði hjá Gudi, sum einans er rættvísur og náðigur! Guds miskunn – at alt endar væl Við at spara lívið hjá drápsmanninum Káin, gav Gud heiminum eitt dømi um, hvussu úrslitini fóru fóru at verða,táið syndarin fær loyvi til at liva og halda fram í sínum villu lastum. Læranúr vánaligu fyrimyndKáins leiddi í túsindavís av eftirkomarum í synd, inntil ”óndskapurin í menniskjum var so stórur á jørðini” og ”hjartans tráan og hugsan ikki var annað enn til ilt allan dagin,”og“jørðin varð spilt fyri eygum Guds . . . full av órætti.” Tað var av miskunnsemi til heimin, at Gud týndifólkið á Nóa døgum. Av náði legði hann Sodoma í oyði. Við villing Satans fáa syndaverjar samhuga ogvirðing, sum afturfreistar onnur út í tann sama uppreisturin. Soleiðis var á Káins døgum, á Nóas døgum, á Ábrahams og á Lots døgum - og støðan er ikki øðrvísi nú. Tað er av miskunnsemi til alt Universið, at Gud til endans ger øll hesitil ikki-eksisterandi, sum vóru í uppreistri og vrakaðu náðina frá Gudi. Tí ”lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristusi Jesusi Harra okkara.”Lívið er arvur teirra rættvísu, og deyðin er lutur hinna óndu. Móses segði við Ísraels fólk: ”Tú sært – Eg havi í dag lagt fyri teg lívið og hitt góða og deyðan við tí illa.”16Deyðin, sum í hesum ørindum er sipað til, er ikki deyðin, sum Adam fekk, tí øll mannaættin fekk ta revsingina fyri hansara brot. Nei, tað er “hin annar deyðin.”(Op 20:14-15) Og hann er tað øvuta av tí æviga lívinum. Deyð í Adami – livandi í Kristusi Munur verður á longd og strangleika í útintu revsinginií øðrum deyða, tí tey verða dømd “hvør eftir gerðum sínum.”Tað er ósambæriligt við rættvísi og náði Guds, at frelsa syndaran til eitt lív í syndini. Tíverður tilveran tikin frá viðkomandi. Lógarbrotini gjørdu, at hann ikki var skikkaður til eina æviga tilveru. Dávid sigur: ”Um lítla stund – so er hin gudleysi ikki til; hyggur tú hagar hann var, so er hann burtur.”Obadias skrivar: “...... og verða; sum tær aldri høvdu verið til.”Vanærandi søkka hesi menniskju niður í hina vónleysu og ævigu gloymskuna. Soleiðis verður syndin avskaffað, endin á allari sorg og neyð, sum syndin gav. Dávid sigur:”Tú straffaði heidningarnar, forkomst hinum gudleysu, navn teirra strikaði tú út í allar ævir.” . . . Og tá ápostulin Jóhannes sá inn í ævinleikan, hoyrdi hann øll í Himli syngja vakran lovsong. Øll prísaðu Gudi. Har var einki órógvandi misljóð, ongar glataðar sálir at hoyra í ævigari pínslu til at forbanna Gudi. Eingi skríggj órógvaðu sang hinna frelstu. Liva hini deyðu ??? Eftir hesari vanligu læruni vita tey frelstu í Himli alt, sum hendir á jørðini. Serliga skulu tey kunna halda eyga við, hvussu gongst vinunum, sum tey fóru frá. Men hvussu kann tað vera ein gleði hjá deyðum í Himli, at fylgja við í allari trongd teirra livandi, at síggja allar syndirnar, sum teirra kæru gera og at síggja líðing, sorg og vónbrot teirra? Og hvussu reint út sagt andstyggilig er ikki trúgvin, at hin óbótaliga sálin, beint eftir síðsta andadráttin verður send í eitt eldhav? Tað er ræðuligt fyri tey, sum síggja sínar vinir fara ófyrireikaðar í grøvina og hugsa, at tey nú eru í óendaligari sorg og pínu. Mong eru vorðin sinnisbrekað og ør í høvdinum av hesum tonkunum. Hvat sigur so Bíblian? Dávid hevur lýst menniskjað uttan vit í deyðans støðu:”Andi hansara fer út, og hann verður mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara.” . . . Salomon skrivaði tað sama: ”Tí víst vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja, men hini deyðu vita einki.” . . . “tí hvørki virki, klókskapur, kunnskapur ella vísdómur er í Deyðaríkinum, har sum tú fert.”20 . . . Bæði kærleiki, hatur og øvund, er fyri langt síðani burtur, og tey fáa ikki lut í nøkrum, sum hendir undir sólini. Táið bøn Ezekiasar varð játtað, vórðu 15 ár løgd afturat lívinum. Í takksami prísaði kongurin Gudi. Í takkarbønini segði hann hví:”Tí deyðaríkið takkar tær ikki, deyðin lovar tær ikki; ikki vóna tey á miskunn tína, sum søkka í grøvina. Tí tey, sum liva, tey prísa tær, sum eg í dag.” . . . Fleiri gudfrøðingar siga, at tey rættvísu deyðu eru í Himli, har tey hava byrjað sæluna, og prísa Gudi við ódeyðiligari rødd; men Ezekias sá ikki slíka dýrd í deyðanum. Orð hansara svara til vitnisburð Sálmaskaldsins: “Tí í deyðanum minnist eingin teg; í deyðaríkinum – hvør man takka tær har?” . . .”Hini deyðu lova ikki Harranum, eingin av teimum, sum fara niður í deyðatøgn.” Uppreisnarvónin Paulus sá tað soleiðis:”Rísa deyð ikki upp, so er heldur ikki Kristus risin upp. Og er Kristus ikki risin upp, so er trúgv tykkara til einkis, so eru tit í syndum tykkara enn; og so fortaptust tá eisini tey, sum sovnað eru í Kristusi!”23Um tey rættvísu í 6000 ár eru farin beint til Himmals við andlát, hvussu kundi Paulus tá siga, at um tað ikki er ein uppreisn, so “eru altso eisini tey, sum eru sovnað í Kristusi, farin glatað?” Fóru hesi undan, so var Jesu uppreisn jú óneyðug! Blóðvitnið Tyndale segði hetta um støðu teirra deyðu: “Eg viðgangi bart út, at eg ikki eri sannførdur um, at tey longu eru í dýrdini, har sum Kristus er, ella har, ið útvaldu einglar Guds eru. Hetta er heldur ikki mín trúarsetningur. Um tað var støðan, so er boðskapurin um uppreisn likamsins ein tómur boðskapur.” Táið hini deyðu vakna Soleiðis misti kristni heimurin næstan sannleikan um uppreisnina úr eygsjón. Ein kendurreligiøsur viðmerkjari skrivaði hetta í sambandi við 1 Tess 4,13-18:”Sum ein sonn kelda til ugga, er læran um ódeyðiligheit teirra rættvísu, komin inn fyri ivasomu læruna um Harrans afturkomu. Tá vit doyggja uppliva vit Harrans komu. Tað vóna og bíða vit eftir.Tey deyðu eru longu farin í dýrdina. Tey bíða ikki eftir at basúnin blæsir til antin dóm ella sælu.“ Men tá Jesus fór upp til Himmals frá ápostlunum, segði hann einki um, at teir skjótt skuldi koma upp til hansara. Hann segði: ”Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar. Og táið eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi eg aftur og taki tykkum til mín, so at eisini tit skulu vera, har sum eg eri.”Og Paulus segði, at ”Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Krisusi, skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, sum liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.” Og hann legði afturat.”Troystið tá hvør annan við hesum orðum!” Á tann mótsetningur, sum erímillum hesi troystaríku orðini og tað, sum hin universalistiski presturin segði til jarðarferðina. Síðstnevndi troystaði tey eftirsitandi við, at hóast tann deyði var syndafullur, so skuldi hann strakssita ímillum einglarnar. Men Paulus skrivaði týðuliga nakað heilt annað. Hann vísti brøðrunum á framtíðar afturkomuna, táið leinkjurnar til grøvina verða sprongdar, og tey deyðu í Kristusi verða reist upp til ævugt lív. Áðrenn nakar sleppur inn í signaða staðin við mongum bústøðum, skal mál hins einstaka nágreiniliga eftirmetast. Bæði lyndið og verkini skulu kannast av Gudi. Øll verða dømd og lønt eftir tí, sum skrivað er í bókunum. Dómurin er ikki í sjálvari deyðaløtuni. Gev Paulusi gætur, tá hann segði: ”Tí hann hevur ásett dag, táið hann skal døma jarðarríki við rættvísi – og við manni, sum hann hevur sett til tað; og hettar hevur hann prógvað øllum við at reisa hann upp frá hinum deyðu.”27Ápostulin segði púra greitt, at ‘dagur’ er ásettur. (Tíðarskeið í framtíðini til 1. øld e.Kr. tá Lukas skrivaði Ápostlasøguna. Táverður heimurin dømdur, tvs. halgidómur himmals reinsaður sanna‘stóra bótardagin’. Judas skrivaðieisini um somu tíðir í 1. øld e.kr.:”.....einglunum, sum ikki hildu fast við tign sína, men góvu upp sín fasta bústað, heldur hann enn føstum í ævigum leinkjum undir myrkrinum til dómin ‘hin stóra dag’.”Og Judas endurgav eisini Enok: ”Harrin kemur við hinum mongu túsund heiløgu sínum, at halda dóm yvir øllum.”Og Jóhannes “sá tey deyðu, stór og smá, standa fyri trónuni, og bøkur vórðu opnaðar: Og hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum.”28 . . . Men hvussu kann nakar tørvur hava verið fyri framtíðar dómi, um tey deyðu tá, longu sótu sæl í Himli ella vríggjaðu seg í helvitis pínu? Læran í Bíbliuni um hesar týðandi spurningarnar er hvørki ógreið ella mótsigandi. Øll lesifør menniskju kunnu skilja hana. Og kann nakað reiðiligt menniskja síggja vísdóm ella rættvísi í hini vanligu læruni?Fara tey rættvísu til dømis, aftaná at hava búð leingi í Himli, kanska í øldir, at fáa mál sítt kannað í dóminum, og tá at hoyra orðini:”Gott, tú góði og trúgvi tænari; . . . Far inn til gleði Harra tíns!”? Og skulu tey óndu kallast út aftur úr eini helvitis pínu fyri at hoyra dómara jarðar siga: ”Farið burtur frá mær, tit bannaðu! Til hin æviga eldin?”29 Tað er ein skammilig háðan at sáa iva um vísdóm og rættvísi Guds! Er sálin deyðilig? Í viðmerking til Prædikarans“tey deyðu vita einki”, segði Luther: “Eitt nýtt dømi er, sum vísir, at tey deyðu einki føla . . . Tað er, at har er eingin skylda, eingin vísund, eingin kunnleiki og eingin vísdómur. Salomo helt, at tey sova, og at tey als einki føla til nakað. Tey deyðu liggja har og telja hvørki dagar ella ár, men táið tey verða vakt, skulu tey føla tað, sum høvdu tey neyvan sovið har í meira enn ein minutt.” Skriftin lærir ikki, at tey rættvísu fáa lønina ella hini óndu revsingina í deyðaløtuni.Hvørki patriarkar ella profetar hava sagtslíkt. Kristus og ápostlarnir hava heldur ikki so mikið sum sipað til tað.Bíblian er týðulig um, at tey deyðu ikki verða tikin til Himmals í deyðaløtuni. Nei, hon lærir, at “sovið” verður til uppreisnina.Táið ”silvurtráðurin slitnar, og gullskálin brotnar,” fara tankarnir niður í einki og hvørva. Tey, sum løgd verða grøvina, tiga og vita einki um, hvat hendir undir sólini: ”Men táið maður doyr, so er úti við honum, táið menniskja gevur upp andan – hvar er tað tá? Sum vatnið svinnur burtur í tjørn, og sum á so við og við minkar og tornar upp, so legst menniskjað og reisist ikki aftur; ikki so leingi sum himmalin er til vakna tey; tey verða ikki vakt úr svøvni” . . . ”Børn hansara koma til heiður, men hann veit einki um tað; tey søkka niður í vanvirðing, men hann leggur tað ikki til merkis.”(Job 14:10-12.21) Og Jóhannes hoyrdi rødd úr Himli; hon segði: “Sæl eru hini deyðu, sum doyggja í Harranum hereftir. Ja sigur Andin - tey skulu hvíla eftir møði sína, og verk teirra fylgja teimum!”(Op 14:13). Líka mikið um tíðin er stutt ella long, so tykist hon bert sum eitt lítið bil. Tey ‘sova’ til tey hoyra basúnu Guds og verða vakt upp til undurfullan ódeyðiligleika. “Lúðurin skal ljóða, og hini deyðu skulu rísa upp óforgeingilig, og vit skulu øll umbroytast. ... Men táið hettar forgeingiliga hevur latið seg í óforgeingiligleika og hettar deyðiliga hevur latið seg í ódeyðiligleika, tá skal orðið verða uppfylt, sum skrivað stendur:Deyðin er uppsvølgdur í sigur!” Táið tey verða vakt av tí djúpa deyðasvøvni, fara tey at hugsa aftur, har tankarnir sleptu. Síðsta kenslan var pína deyðans, og síðsti tankin hjá onkrum, at nú skal eg í grøvina. Men táið tey rísa upp aftur úr grøvini, verður tann fyrsti tankin at finna sær sigursrópið fram: ”Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín?” |