Bardagin Mikli kapitel 34. Fra side 551 | tilbage |
Tænasta heilagu einglanna, sum Skriftin umtalar, er lívgandi og dýrabar hjá øllum kristnum. Men vanlig umtókt gudfrøði hevur kámað og snarað læru Bíbliunnar um støðu teirra deyðu.Læran um ódeyðiligleika er úr heidnari heimspeki og hevur í tíðum við fráfalli trokað seg í inn kristna trúgv, hóast Skriftin týðiliga lærir, at”tey deyðu vita einki.” Mong eru farin at trúgva, at tað eru andar teirra deyðu, sum eru “tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu.”Hesum trúgva tey, hóast Bíblian er týðulig um himmalsku einglarnar og sambandið til menniskju í bíbilsøguni, og eisini áðrenn tað fyrsta andlátið. Stórt vandamikið svik Hann megnar at eftirgera deyð til at líkjast teimum farnu á lívi. Eftirgerðin er fullkomin. Kroppurin, andlitið, orðini og ræddarlagið – alt er endurgivið neyvt og vekir undran. Mong kenna seg uggað í falsinum, við at teirra kæru eru sæl í Himli, uttan at varnast stóra vandan við at leggja oyruni til ”villleiðandi andar og lærdómar illa anda.” Táið tey eru sannførd um, at tey deyðu veruliga kunnu koma at tosa við seg, fær Satan nøkur, sum fóru ófyrireikað í grøvina at sýna seg.Tey siga seg eydnurík í Himli við góðum starvi. Soleiðis spjaðir hann tey ósannindini, at eingin munur verður gjørdur á teimum góðu og óndu. Hesir gestir frá andaverðini koma viðhvørt við ávarandi orðum og varslum, sum eru røtt. Seinni – táið teir hava vunnið sær álit – koma teir við undirgravandi lærum til trúnna á Bíbliuna. Hetta hendir meðan teir látast at hava stóran áhuga fyri vælferð hjá sínum jarðisku vinum, samstundis sníkja vandamiklar villingar inn í sinn teirra. At teir viðhvørt siga okkurt satt, og megna at spáa um hendingar, gevur taluni ein dám av trúvirði, og mong viðurkenna tá følsku lærurnar, sum vóru tær hinir allarheilagstu sannleikar úr Bíbliuni.Lóg Guds verður sett til viks, heilaga Andans tign verður roknað fyri einki og blóð sáttmálans vanhalgað. Andarnir avnokta Kristusar guddómsleika og javnseta seg sjálvar við Skaparan. Soleiðis heldur stóri uppreistrareingilin fram í sínum bardaga ímóti Gudi, hetta stríðið, sum byrjaði í Himli og nú er hildið áfram í góð seks túsund ár á jørðini Yvirnatúrligur máttur Hesi kunnu ikki hava tikið vitnisburðin í Skriftini um undurverkini til sín, sum Satan og umboð hansara eru før at gera. Tað var við hjálp Satans, at gandakallar Farao’s kundu eftirgera verk Guds. Og Paulus vitnaði, at innan Kristi afturkomu verður vald Satans á líknandi hátt opinberað, og ”koma hansara verður eftir sterku virkan Satans, við øllum mátti lyginnar og teknum og undrum og við øllum svikum órættvísinnar.” Eisini Jóhannes sá máttin í undurgerðunum á síðstu døgum. Hann skrivar, at “tað (djórið) ger stór tekin, so at tað enntá fær eld at falla niður av himli á jørðina fyri eygum menniskjanna . . . Við teknunum, ið tí er givið at gera fyri eygum dýrsins, villleiðir tað tey, sum á jørðini búgva ; Tað sigur við tey, sum á jørðini búgva, at tey skulu gera mynd av dýrinum, ið fekk sárið av svørðinum – og livdi.” . . . Tað eru ikki einans svikabrøgd, sum her spáast! Nei, fólk verða villleidd av veruligum undrum, sum Satan og umboðini hava mátt at gera – og ikki bert látast at gera. Spritismangandar fólk Hetta fjalir stóri villleiðarin kortini, tá tað hóskar honum til átakið. Hesin villleiðarin, sum umgjørdi seg til skyggjandi himmalskan seraf fyri Kristusi í oyðimørkini, kemur eisini til fólk á sama tølandi hátt – sum ein ljóssins eingil. Hann talar til skynsemið og kemur við háfloygdum evnum. Hann hugtekur hugflogið og við undurføgrum myndum vinnur hann sær samhuga við at tala um kærleika og miskunn. Hann øsir sjálvshugmyndir upp á himnaflog, sum fær fólk so errin um egnan klókskap og skynsemi, at hjørtu teirra vanvirða hin æviga Gud. Hesin máttmikli skapningurin, sum kundi leiða heimsins Frelsara upp áeitt høgt fjall, og har vísa honum øll heimsins kongaríkir og dýrd teirra, kemur eisini til onnur við freistingum á slíkan hátt, at hann kann lumpa øll, sum ikki eru vard av guddómligari megi. Í dag lumpar Satan á sama hátt sum hann lumpaði Evu í Eden - við smikri, girndini til bannaðan kunnleika, sum tráðar eftir sjálvshevjaniniog heiminum. Tað var tað hetta ónda lyndi, sum var orsøk til hansara egna fall og hann ynskir at spilla og fella hvørt tað einasta menniskja. Hann segði:”Tit skulu verða sum Gud,at kenna gott og ilt.” Andatrúgvin lærir,“at menniskjan er vorðin til við menning; og at tað er lagna hennara inn í ævinleikan framvegis at mennast ímóti tí guddómliga.”Hendan trúgvin lærir víðari, at “ein hvør skal døma seg sjálvan og eingin annar.” . . .“Dómurin verður rættvísur, tí tað er tín egni dómur. . . .Trónan er inni í tær.”Sum ein andatrúarlærari einaferð segði, táið spiritistiska samvitskan kom upp í hann: “Brøður, vit vóru allir hálvgudar, sum ikki vóru falnir.” Ein annar andatrúboðari segði: “Allar rættvísar og fullkomnar verur eru Kristus.” Satan avnoktar fullkominleika hins æviga Gud. Sjálvsdyrkan er settístaðin fyri æviga Guds rættvísi og fullkomni, sum tað sanna og einasta málið í allari tilbiðjan. Sjálvsdyrkansins mátistokkur er settur ístaðin fyri fullkomnu rættvísu lóg hansara. Tað dygdarverkið til sannan mátistokk, skiftir hann út til sjálvskoðandi syndafulla stremban, í og við at tilbiðja sína egnu natúr sum hitt einasta regluverk til støði og lyndið. Hetta er ein andalig niðurlaðing og ikki nøkur menning. Tað er lagt í okkum, at bæði tilvitskan og andaliga natúran lagar seg til við eygleiðing.Tað merkir at vitið, sinnið og aðrir førleikar so líðandi tilvenjast og taka til sín meira av tí, sum vit nýta tíð at dvøljast við. Fólk fara at líkjast tí, sum tey tilvenja seg at elska og sýna virðing. Fólk náa ikki hægri enn málsetningin tey hava fyri reinleika, góðsku og sannleika. Um hin einstaki velur seg sjálvan til hægsta idealið, fer viðkomandi ikki at búnast til nakað hægri, men tvørturímóti at søkka til lægri og lægri støði.Einans náði Guds eigur máttin at hevja menniskjuna upp. Einsamøll sleppur hon ikki undan skeivu kósini niður á eitt lægri støði. Fyri tey støðuleysu, sansaligu og spælisjúku vísir spiritisman seg í einum øðrum grovari og minni listilærdum búna, sum passar teirra grovari lyndi, enn fyri teimum lærdu og mentaðu. Satan granskar øll tekin um veikleikar, sum hin einstaki hevur í lyndi til synd. Síðani syrgir hann fyri, at høvini ikki mangla til at geva eftir fyri veikleikanum íónda huginum.Hann freistar tey eisini til ikki at duga sær hógv í viðurskiftum, sum í sjálvum sær eru í lagi, men við ikki at duga ella tíma sær hógv, at gera bæði ta likamligu, sálarligu og moralsku styrkina veikari. Hann hevur oyðilagt og oyðir framvegis fólk túsindatali við at fáa tey at nøkta sínar brennandi hugir, so at mansins natúr gerst ráari. Og at fullgera verk sítt boðar hann ígjøgnum andarnar, at “sonn vitan lyftir menniskja upp um lógina,”. . . at “alt, sum til er, eisini er rætt,”. . . at “Gud fordømir ongan” og at “allar framdar syndir eru ósekar.” Táið menniskju soleiðis verða leidd til at trúgva, at frí tráan er hægsta lóg, og at frælsi er tað sama sum loyvi til at skikka sær illa. - Leidd at halda, at menniskjan einans stendur til svars fyri sær sjálvari. -Tá allar atfinningar umat sleppa lastini, roknast fyri ótýdligar spennitroyggjur. - Hvør kann tá undrast yvir, at lastirnar blóma og ólevnaður roknast til frælsi? Mong enda í Satans garni, gandaði til sína fúsu undirtøku fyri,at tað fulla frælsi finst við at akta síttegna holdsliga hjarta. Sjálvstamarhaldið viknar, táið ein letur seg stýra og ráða av lystunum, har mátturinstundum røkkur á djórastøði. Tá sópar Satan ovurfegin navnkristin í túsundatali í gørn síni, hesi fólk, sum látast at vera kristin. Bannað øki Gud hevur greitt bannað okkum at hava samband við tað, sum andamanarar billa fólki inn at vera sálir manna. Eisini millum hebrearar vóru nøkur, eins og spiritistar nú á døgum, sum góvu seg út fyri at samskifta við deyð. Men líknandi andagestir úr aðrari verð, spøkilsir, lýsir Bíblianat vera illar andar.Alt við spøkilsum er viðurstyggiligt fyri Harran. Tað hátíðarliga bannað og undir deyðarevsing.5Í dag er orðið gandur vanvirt. Uppáhald um, at menniskju hava samband við illar andar, er mett sum skrøgg og miðaldarligur heilaspuni. Men andatrúgvin hevur viðhaldsfólk í hundraðtúsundum, ja, í milliónatali. Hon er trongd inn í kirkjur og hevur funnið vegin til vísundafólk, umframt lóggávuting og kongshov. Risa svikið er ein endurveking í nýggjum duldarklæðum av somu gomlu gandakynstrunum, sum vóru fordømd og enn eru forboðin av Gudi. (1 Kor 10:20) Um ikki annað prógvaði veruliga fals spiritismunnar, mátti tað verið nóg mikið fyri ein kristnan, at hesir andar ikki gera mun á rættvísi og á synd. Og ikki gera mun á tí reinasta lærusveini Kristusar og átí mest forherðaða tænara Satans. Sigandi størstu beistini búgva í Himli,lýgur Satan fyri heiminum, at”tað er líkamikið, hvussu ónd tit eru og um tit trúgva á Gud og á Bíbliuna ella ivast. Livið júst sum tykkum hóvar tað best, tí tit koma kortini í Himmalin!”Andalæran lærir í veruleikanum, at“hvør tann, sum ilt ger, er góður í Harrans eygum, og at slíkir persónar eru honum til gleði. . . . og læran spyr:»Hvar er Gud sum dømir?«”Men orð Guds sigur annað og meira, millum annað: ”Vei teimum, ið kalla hitt ónda gott, og hitt góða ónt, sum gera myrkur til ljós og ljós til myrkur, gera beikst til søtt og søtt til beikst!” Hesir ápostlar, sumlúgvandi andar geva seg út at vera, eru í stórari andsøgn við Bíbliuna, sum sannir ápostlar kveiktirav heilagum Anda skrivaðu. Teir følsku nokta Bíbliunnar guddómliga uppruna og skræða tí sjált grundarlagið undan kristnu vónini og sløkkja ljósið, sum vísur vegin til Himmalin.Satan fær mong at halda Bíbliuna vera reint møsn og uppspinn. Ein gomul bók, sum bara var skikkað til farnar liðirí mannaættini. Og at hon ikki skal takast í álvara nú á døgum sum avoldað og allarhelst skal blakast burtur. Hann setur eisini spurning við, um nakað kann vera fullkomið. (Máliskan “alt er relativt” er slík satanisk heilavaskandi antibíbilsk endurtøka. Gud er absoluttur!) Eisini roynir hann at fáa anda-opinberingar at standa hægri enn Guds orð. Í spiritismuni eigur hann arbeiðslagið undir sínum tamarhaldi, og dugir við tí at fáa fólk at trúgva tað honum lystir.Bíblian, sum avdúkar hann og hansara, krógvar hann í myrkri, tí har vil hann hava hana. Jesus lýsur hann sum vanligt menniskja. Og eins og romverskir vaktir við grøv Jesusar bóru følsk tíðindir, sum prestar og elstir høvdu álagt teimum fyri at mótprógva Jesu uppreisn, so royna tey, sum dyrkaanda-opinberingar, at fáa tað til at síggja út sum, at einki undranarvert var í lívi Frelsarans. Táið teir á hendan hátt hava roynt at skumpa Jesus úr eygsjón, gera teir vart við síni egnu undurverk og halda uppá, at hesi eru nógv størri enn gerðir Kristusar. Nýggjari andatrúgv Í sínum nýgga skapi – sum als ikki er frægari enn fyrr – er hon í veruleikanum eitt enn vandamiklari svikabragd, tí hon er snøggari og listiligari hárfín í síni villleiðing. Fyrr avnoktaði spiritisman Kristus og Bíbliuna, men nú sigur hon seg góðtaka bæði Kristus og Bíbliuna og at standa á kristnari grund. Men Bíblian verður tulkað sum teimum lystir at fjálga um tað ikki endurfødda hjarta. Teir álvarligu og lívstýðandi boðskapirnir verða tagdir burtur. Tyngdin er løgd á kærleikan sum mest týðandi eginleiki (sum hann eisini er), men her er hann sansaliga so niðurgjørdur, at neyvan sæst munur millum gott og ilt. Einki verður talað um rættvísi Guds, fordøming hansara av syndini ella um krøvini í hini heilagu lógini, sum definerar synd.(1 Jóh 3:4)! Alt slíkt er borið út úr eygsjón. Fólk verða lærd,at tey 10 boðini eru deyðir bókstavir. Eygagóðar og tølandi sagnkendar søgur trøllbinda fólk at vraka Bíbliuna til trúargrund.Kristus er settur til viks, meðan Satan í stóran mun hevur blindað eygu teirra so illa, at tey síggja ikki svikið og ána ikki, at tey eru lumpað. Einans fá skilja veruligu svikandi megina í spiritsimuni og vandan í at geva seg undir hennara ávirkan. Mong fara til slíkar andafundir av forvitni, men trúgva ikki í veruliga á spiritismu. Tey vildu annars verðið ræðslusligin við tankan um at yvirgeva seg í vald andanna. Men tey ditta sær at fara inn á bannað øki, og stóri oyðarin nýtir nú sítt vald ímóti vilja teirra. Um tey bara eina einastu ferð loyva valdi hansara at stýra sær, sleppur hann ikki takinum. Tað er teimum tá ógjørligt við egnari megi at sleppa undan tølandi gandinum. Einans kraft Guds, givin sum svar til inniligar bønir, kann tá loysa hesar sálir aftur. Øll, sum eftirlíka syndiga lyndinum ella við vilja tvíhalda um ásannaða synd, bjóða freistingum Satans av. Tey frásiga sær verju Guds og einglum hansara. Og táið hin óndi so kemur við svikum sínum, standa tey verjuleys og eru lættur fongur. Tey, ið soleiðis geva seg undir vald Satans, skilja ikki heilt, hvat tað førir til.Táið freistarin hevur lokkað tey í fallið, verða tey nýtt til at freista onnur út á somu oyðandi leiðina. Bíblian er verndin ímóti svikinum og útleggur seg sjálva Orðið er Skaparin í Jesusi (Jóh 1:1-3) og vitnisburðurin er tey 10 boðini, (Mós 25:16) Nei! Til Orðið og Vitnisburðin! (Tað merkir: Nei til Skaparan og 10 boðini!) Um tey tala ikki samsvarandi hesum orði, so er einki ljós í teimum.”(Tað merkir: Um tey tala ikki samsvarandi hesum Jesusi, ganga tey í myrkri.) Um fólk vóru líka jalig til sannleikan eins og Skriftin er týðulig um mansins natúr og støðunaí deyðanum, so høvdu tey sæð, at páfinningar og opinberingar spiritismunnar eru Satans verk í øllum hansara veldi, teknum og undrum. Men heldur enn at siga hetta frælsi frá sær, sum hóvar holdborna lyndinum og at gevast við hesi syndini, sum tey elska, velja mong at hyggja burtur frátí givna ljósinum og at halda fram uttan mun til allar givnar ávaringar. Hetta hendir ímeðan Satan kastar nót eftir teimum, og tey verða veiða hansara.” . . .“afturfyri, at tey tóku ikki ímóti kærleika til sannleikan, so tey kundu verða frelst. Tí sendir Gud teimum sterka villing, so tey trúgva lygnini.” Tey, sum stríðast ímóti andatrúnni, leypa ikki einans á fólk, men eisini á Satan og andar hansara. Tey eru í bardaga ímóti “tignunum og veldunum, við harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum.” Og Satan bakkar ikki ein tumma, verður hann ikki rikin aftur av máttinum hjá sendiboðunum úr Himli. Fólk Guds áttu at kunna møtt honum á sama hátt, sum Frelsarin gjørdi! Og tað er við hesum báðum orðunum: “Skrivað stendur!”Satan dugir at endurgeva Bíbliuna eins væl nú og hann dugdi á Jesu tíð á foldum. Tey, sum ikki ynskja at missa fótafestið í hesi vandamiklu tíðini, mugu sjálv kenna og skilja Skriftsins vitnisburð. Mong vilja koma í samband við djevlaandar, ið geva seg út fyri skyldfólk ella vinir og boða vandamiklastu villingar fyri sínum livandi vinum, kenningum og ættarfólki. Hesir gestir, sum eru umskaptir andar, duga at tala til eymastu kenslur okkara og gera har afturat undurverk fyri at stuðla undir síni uppáhald. Vit mugu vera fyrireikað til at stríðast ímóti teimum við orðinum, ogat standa ímóti við Bíbliunnar sannleikum; nevniliga at hini deyðu vita einki, og at tey, sum vísa seg á hendan hátt,uttan undantak altíð eru illir andar. Vit nærkast ”freistingarstundini, ið koma skal á alt jarðarríki at freista tey, sum á jørðini búgva.” Øll, sum ikki hava væl grundaða trúgv á orð Guds, verða lumpað og við undurlutan. Satan “virkar við øllum óheiðurligum svikabrøgdum”at vinna valdið á øllum mannabørnunum og svik hansara gerast alt størri. Men hann kemur einans á mál, táið fólk sjálv geva seg í freisting hansara. Tey, sum í álvara leita eftir kunnleika sannleikans og stremba eftir at reinsa sinn og tankar við lýdni, og soleiðis fyrireika seg til stríðið, fara at finna trygga borg í sannleikans Gudi.”Aftur fyri at tú hevur aktað eftir orðið mínum um tol, skal eisini eg bjarga tær úr freistingarstundini.”10Hetta er lyfti Frelsarans. Hann vil heldur senda hvønn tann einasta eingil út av Himli fyri at verja fólk sítt, enn at lata eineinasta av teimum, sum líta á seg, verða fyri ósigri av Satani. Esajas gav eisini eina mynd av tí ræðuliga svikinum, sum fær tey gudleysu til at kenna seg trygg ímóti dómi Guds: ”Vit hava gjørt sáttmála við deyðan og seming við deyðaríkið; táið hin súsandi koyril fer fram, skal hann ikki náa okkum; tí lygn hava vit gjørt okkum til skjól, vit hava fjalt okkum í sviki!” Ímillum tey her umtalaðu eru eisini tey, sum í stívrendum treiskni sissa seg við, at syndarar ikki skulu revsast, tí tey trúgva, at øll mannaættin uttan mun til hvussu spilt hon er, kemur við í Himmalin at verða sum einglar Guds. Men uppaftur avgjørdari eru tey, sum gera sáttmála við deyðan og Helviti. Tey vraka sannleikan, sum Himmalin hevur givið til verju teirra rættvísu í royndarløtuni, og taka heldur ímóti skýli lyginnar, sum Satan bjóðar ístaðin ? sviki spiritismunnar. Blindni í tíð okkara er stórt. Fólk í túsunatali vraka orð Guds sum óálítandi. Tey velja heldur at leggja alt álitið á svik Satans. Tey føra seg ivandi og spottandi fram, og kalla trúnna hjá játtandi kristnum snævurskygda, hesi, sum stríðast fyri profetanna og ápostlanna trúgv. Tey háa og látursgera Skriftsins læru um Kristus og frelsuætlan, og so flenna tey at revsingini, sum skal raka tey, ið vraka sannleikan. Tey hykla yvirberandi um hesi veiku og snævurskygdu kristnu fólk, sum eru so full av pátrúgv, attey góðtaka krøv Guds og vilja lýða boð hansara.Tey tykjast at hava eitt so skottrygt sjálvsálit, sum høvdu tey bókstaviliga gjørt ein sáttmála við deyðan og helviti ?og sum um, at tey høvdu reist ein ósigrandi stóran múr ímillum seg og revsing Guds. So heilt og fult eru tey farin í part við freistaran, at einki tykist at vekja ótta í teimum. Og so eldhugað og mettað eru tey við anda hansara, at tey hvørki eiga kraftina ella hugin til at loysa seg úr garni hansara. Satan hevur fyrireikað seg leingi til sínar síðstu royndir at lumpa heimin.Grundarsteinurin til verkið varð lagdur við lygnini, sum hann gav Evu í Edens aldingarði.”Einki skulu tit doyggja”....”táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so at tit verða sum Gud og kenna gott og ilt!” So við og við hevur hann slóðað fyri meistariverkinum í tí serliga svikinum - spiritismuni. Enn hevur hann tó ikki fult út rokkið endamálinum við hesari ætlan síni, men tað ger hann, táið síðsta tíðin nærkast. Profeturin sigur: “Úr munnni drekans, úr munni dýrsins og úr munni lygiprofetsins, sá eg koma út tríggjar óreinar andar; teir líktust paddum. Teir eru illir andar, ið gera tekin; teir fara út til kongarnar á øllum jarðarríki – og savna teir saman til bardagan hin stóra dag Guds hins alvalda.” Við undataki av teimum, sum við Guds kraft varðveita trúnna á orð hansara, verður allur heimurin drigin við inn í hetta stóra svikið. Mannaættin verður lullað inn í ein lagnutungan falskan tryggleika, sum tey ikki verða vakt upp úr aftur, fyrr enn vreiði Guds verður oyst út á tey. Harrin sigur: ”Eg geri rætt til málisnøri, rættferð til lodd, heglingur skal ríva burtur lyguskjólið og loynistaðið skulu vøtnini skolað burtur. Sáttmáli tykkara við deyðan skal verða útstrikaður, og seming tykkara við deyðaríkið skal gleppa, táið hin súsandi koyril fer fram, skal hann sláa tykkum til jarðar.”14 |