Bardagin Mikli kapitel 35. Fra side 563tilbage

Trúarfrælsi hótt

Protestantar vísa katólsku trúnni størri vælvild ný enn fyrr. Í londum har romakirkjan ikki er stór, sættast hon við at vera lagaligari sinnað ímóti hinum. Vaksandi líkasæla er eisini um lærurnar, sum í pávaskipanini eru øðrvísi enn í trúbøttu kirkjunum. Tann hugburður vinnur fram, at tá alt kemur til alt, er munurin ikki so stórur á avgerðandi spurningunum sum fyrr hildið, og eitt sindur av eftirlæti frá okkara síðu hevði givið betri sátt og semju við Rom. Fyrr í tíðini settu protestantar størri prís uppá tað trúarfrælsið, sum hevði kravt so stór offur. Tey lærdu børnini at hava andstygd til pávadømið, og sóu tað til ótrúskap ímóti Gudi at semjast við Rom. Men hesar kenslurnar eru sanniliga ikki tær somu í dag.

Tey, ið verja romakirkjuna, sigahanaútspilta av órøttum ogprotestantiska kirkjan hevur lyndi til at geva teimum rætt í hesari fatan. Mong halda, at tað er órættvíst at døma kirkjuna í dag fyri tær illgerðir ogskilaloysi, sum eyðkendi hana í myrkastu øldunum við størstu fákunnu, sum verið hevur í kristnari tíð. Tey bera so í bøtuflaka fyri ræðuleikunum, sum vóru ein avleiðing av tátíðar siðaloysi í ómentaðum brutaliteti og siga, at nútíðarmentanin hevur fingið hesa kirkjuna á eina betri kós.

Krevur ófeilbari
Hava hesi fólkini gloymt kravið um lýtaloysi, sum hetta hugmóðiga veldi prýddi seg við, og hevur hildið uppá í skjótt 1000 ár? Tað er langt frá slept, men varð endurjáttað í 19. øld, bara treytaleysari enn áður til I. Vatikankonsil (1869-70) Nú Rom heldur so fast við, “at kirkjan ongantíð hevur gjørt nakað skeivt og eftir Skriftini ongantíð kann taka feil,” – hvussu skal hon tá kunna avnokta grundreglur, sum leiðvístu gerðir hennara í gomlum døgum?

Pávakirkjan fer ongantíð at sleppa kravinum um lýtaloysi. Nú, tá hon soleiðis verjir, at alt tað,hon fyrr hevur gjørt fyri at jagstra tey, ið vrakaðu lærur hennaravar rættvíst, mann hon so ikki fara at endurtaka tað, táið høvi býðst? Nógv talar fyri tí.

Um tálmandi teymarnirverða tiknir burtur, sum verðsligar stjórnir nú áleggja - og vit hugleiða gamla veldið í Rom endurreist (ella avloysaran, djórsins mynd) – manntað gamla harðræðis einaræði við ræðuligu mannajagstraninitá ikki skjótt fara at endutaka seg?

Ein væl kendur rithøvundur skrivaði um stigveldi pávans og tess hugburð til samvitskufrælsi og hóttanirnar, sum sertakliga hótta USA orsaka av romakirkjunnar politisku úrslitum:

“Mong halda, at allur ótti fyri romakirkjuni í sambandsríkinum er barnsligt snævurskygni. Hesi síggja einki í natúr og hugburði romakirkjunnar sum stríður ímóti okkara fríu stjórnarskipan ella nakra hóttan av stóra vøkstri hennara. Lat okkum so fyrst samanbera nakrar grundleggjandi súlur í katólsku kirkjunnar.

Stjórnarskipanin í USA tryggjar trúarfrælsi. Einki er okkum kærari og meira grundleggjandi enn tað. Men Pávi Pius IX. segði í rundskrivi 15. august 1854 hetta:»Teir tápuligu og skeivu lærusetningar ella galskapurin til verju fyri trúarfrælsi, eru serliga ótespiligar villingar – ein sótt, sum eitt land eigur at óttast fram um nakað annað!« Hesin sami pávi fordømdi tað sama enn einaferð í rundskrivi 8. desember 1864: “tey, sum verja samvitskufrælsi og frælsi til gudsdýrkan” og hann fordømdi eisini“øll tey, sum hevda, at kirkjan ikki hevur loyvi til at nýta vald.”

Friðartónar frá Rom í USA merkja ikki eina sinnalagsbroyting. Romakirkjan er bert tollynt, táið hon ikki situr við valdið. O’Connor biskupur segði, at”trúarfrælsi verður einans tolt til tað øvuta kann fremjast uttan vanda fyri katólska heimin.” Og erkibiskupurin í St. Louis segði, at”falstrúgv og vantrúgv eru brotsverk í kristnum londum, so sum í Italia og Spania, har øll eru katolikkar, og katólska trúgvin er týðandi partur av landsins lógum, og brot á hana verða revsað eins og onnur lógarbrot.”

Allir kardinálar og erkibiskupar svørja eina eið um trúskap til pávan, har hesi orð eisini eru við:”Trúarvillingar, upphavsmenn til kirkjuklovningar og uppreistrarmenn móti okkara omanfyri nevnda Harra (pávanum) ella hansara fyrr umtalaðu trónuarvingum, vil eg eftir besta førimuni royna at berja niður.”

Katolisisman vinnur lendi
Satt er tað, at sonn kristin eru í romversk katólsku kirkjuni. Í túsundatali tæna Gudi samsvarandi tí ljósi tey hava fingið. Tað verður teimum forðað at fáa atgongd til orð Guds, og tí síggja tey ikki allan sannleikan (útg. 1911). Tey hava ikki sæð munin áeinari livandi gudstænastu og røðir av skikkum og halgisiðum. Gud sær miskunnsamt og eymliga yvir hesar sálir, sum vaksnar eru upp í ónøktandi falskari trúgv. Hann vil senda ljósgeislar inn í hetta døkka myrkur og opinbera sannleikan í Jesusi. Mong fara at finna sítt pláss millum fólk hansara.

Men romakirkjan sum skipan er ikki frægari sambærilig við gleðiboðskap Kristusar í dag enn fyrr. Tíverri eru protestantisku kirkjurnar eisini í djúpum myrkri, tí annars høvdu tær sæð tíðarinnar tekn. Romakirkjan er víðgongd í ætlan og virkishátti.Hon nýtir allar snildir fyri at breiða ávirkan sína út og at víðka um veldi sítt, sum er fyrireikingin til ein harðligan og avgerandi bardaga um heimsræðið.

Hon fer aftur at taka jagstranupp og at bróta niður alt tað, sum trúbótin og protestantarnir bygdu upp. Katólska trúgvin vinnur fram allastaðni. Støðugt fleiri katólskar kirkjur og bønhús verða bygd í protestantiskum londum. Og hyggið at øllum hennara umtóktu fróðskaparsetrum og læraraskúlum í Amerika, sum protestantar í stóran mun nýta. Og í Onglandi veksur kirkjuligt formfesti (ritualisma) og mong trúarskiftatil katolikk. Alt hetta eigur at vekja órógv hjá teimum, sum hámeta gleðiboðskapsins reinu læru.

Summir protestantar royna í heilum í lívd av egnu kirkju síni, at virka fyri papismu. Teir gera neyðsemjur og slaka so nógv, at enntá katolikkar undrast og fata ikki hvat ið hendir. Fólk lata eyguni aftur fyri romakirkjunnar sonnu natúr og vandunum, sum óttast má fyri av farna harradømi hennara.Fólkið má vakna fyri at standa ímóti framgongdini hjá vandamiklasta og argasta fíggindanum ímóti bæði frælsari trúgv og borgarligum frælsi.

Ytri skreyt krógvar holdið
Nógvir protestantar siga katólsku trúnna vera ódámliga, og at gudstænastan er keðiliga meiningsleys endurtøka av vanabundnum halgisiði. Men her fara teir skeivir. Hóast romakirkjan byggir á fals, so er hetta hvørki grovt ella klombrut. Gudstænastan er bergtakandi. Skrúð og skreyt hennara og hátíðarligu siðvenjurnar hugtaka sansarnar.

Tann samlaða liturgiin (gudstænastuskipanin) lyftir sinnið so nógv, at hon fær bæði skynsemis og samvitskurøddir køvdar at tiga. Eyguni mettast ogrúnarbindast av prýðiligum kirkjum, stórfingnum skrúðgongum, gyltum altarum, sólhurð á tabernakli, gimsteinakløddum halgiskrínum, framúr málningum, undirfullum standmyndum og øðrumtiltalandi fyri eyguni, sum frøir vakurleikasansin.

Eisini oyruni rúnarbindast. Sera yndisligur tónleikur ljómar úr kraftmiklum urgum saman við fleirraddaðum kórsangi. Tónleikurin brúsarog ferðast við afturljóðum úr kúpuhválvum og súlnagangum í romakirkjunnar veldugu dómkirkjum. At vera har kann ikki annað enn fylla sinnið viðhátíðarkenslu.

Men øll ytri sansan at bergtaka við prýðum og halgisiðum, háðar bert innara longsulin hjá eini syndigari sál, og satsið á sansirnar prógvar innaru spilluna í hesi skipan.

Trúgvin áKristus nýtist ikki slík dragandi virkisamboð raðfestandi á sansir. Tað er úr ljósi krossins, at vit skulu síggja kristindómsins sanna reinleika og vakurleika, hvørs virði, at ytri prýðir ikki fáa økt um, og heldur fjala. Tað er vakurleikin í sannari halgan viðeinum stillførum anda, sum hevur virði í eygum Guds.

Glitran og glógvan er einkieyðkennifyri reinar høgar tankar. Ein høg fatan av list og følin smakkur, er nakað, sum mong bæði sansalig og verðslig fólk hava. Hetta nýtur Satan at fáa fólk til at gloyma sín sálartørv og at missa æviga lívið. Hann fær tey at venda sær burtur frá sínum hjálparmanni og einans at liva fyri hesum heimi.

Ein átrúnaður við dámligum ytri karmi dregur ofta tey til sín, sum ikki eru so føst í trúnni og óumvend.Alt skreytið í katólsku kirkjuni hevur við sær eina dárandi loyndarfulla megi, sum eisini er meiningin! Tey fáa við øllum hesum ta skeivu fatan, at romakirkjan er portrið til Himmalin. Einans tey við tryggum fótafesti á sannleikans grund, og hvørs hjørtu eru endurnýggjað við Anda Guds, megna at standa ímóti hesari ávirkan. Fólk í túsundatali, sum ikki av egnum royndum kenna Kristus, lata seg tí tøla til at góðtaka gudsóttans skyn uttan at eiga kraft gudsóttans. Tað er júst ein slíkan átrúna, at fjøldin vil hava.

Krossar og katedrálar
Kravkatólsku kirkjunnar um rætt sín at fyrigeva syndir, fær katolikkar at kenna seg fríari at synda. Skipanin við skriftamálinum, sum er ein treyt fyri at fáa fyrigeving (minst einaferð um ári), virkar eisini sum eitt loyvi til at halda fram at synda. Tann, sum boyggir knæ fyri einum øðrum syndara og í skriftamáli sigur sínar hjartans tankar og dreymar, vanvirðir sína natúrligu kenslu fyri hvat sømir seg.

Táið hann/hon greiðir prestinum, nevndur skriftafaðir, frá syndum sínum – fyri einum øðrum syndigum og deyðiligum manni, sum sjálvur ofta livir eitt sera syndugt lív, so svíkir viðkomandi fatan sína av, hvat er rætt og fær skaða á sál sína. Fatanin av Gudi versnar, so hann sær fyri sær Gud til vanligt syndugt menniskja, tí presturin í skriftastóli hevursett seg í hansara stað.Vicarius Christi uppáhaldið í kjarnuvirksemi.

Vanvirðisliga skriftamálið frá manni til mann, er loynilig kelda til nógv ónt. Tað spillir heimin og búnar hann í endaligan undirgang. Fyri hann, hvørs fremsta atlit er ein sjálv/ur, ið skriftar fyri medmenniskja heldur enn at lata hjartað upp fyri Gudi, virkar tað fjálgari at gera tað fyri mannahjarta enn tað er at avleggja syndina.

Tað er javnsett, at lættari er at plága likamið í hvøssum sekkjalørifti, notum ella at rubba seg í leinkjur, enn at krossfesta holdsligu lystirnar. Tungt er tað ok, sum mannahjartað vil bera, eitt nú myndað í klosturkipan, bara fyri at sleppa undan at boyggja seg undir ok Kristusar.

Romakirkjan minnir nógv um jødiska samfelagið á døgum Jesusar á foldum. Ímeðan jødar í loyndum trampaðu á hvørja grundreglu í lóg Guds, hildu teir strangliga nógvar ytri reglir og dýktu tær undir við eykað krøvum og siðvenjum, sum gjørdu lýdnitil eina plágandi byrðu. Á sama hátt sum jødar søgdu seg at virða lógina, so siga katolikkar seg at virða og æra krossin. Teir tilbiðja symbolið um líðing Kristusar, ímeðan teir í lívinum avnokta hann, sum krossurin lýsir. Skeivt fokus!

Katolikkar hanga krossar á kirkjurnar, altarini og klæðini. Allastaðni eru krossar og krosstekin verða afturvendandi rist, sum soleiðis mest æra Kristusi í tí ytra.

Samstundis er læra Kristusar grivin undir av meiningsleysum siðvenjum, følskum tulkingum og strongum krøvum. Orð Frelsarans um kávalæti og hykl farisearanna raka katólsku kirkjuna í Rom meint og enn harðari, tí “teir binda tungar byrðar, ringar at bera, og leggja menniskjum tær á herðarnar; men sjálvir vilja teir ikki nema tær við einum fingri.”3Samvitskufullar sálir haldast í føstum ótta fyri at hava syndað ímóti Gudi, ímeðan nógvir av høgu monnunum í kirkjuni liva í marglæti og yvirflóð.

Myndatilbiðing, halgilutatilbiðing, kall á halgimennir ogpávans upphevjan eru alt Djevulsins verk, sum eru ætlað at snúgva menniskjuni burtur frá Gudi. Fyri at fremja undirgangin, roynir hann at venda fólksin eygu burtur frá honum, sum eina kann frelsa.Satan vísir vegin hvar sum helst, ja, á øll ting, sum kunnu setast ístaðin fyri hann, sum segði:“Komið higar til mín, øll tit, sum strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!”4

Dapurt og óhugnaligt
Satan roynir uttan íhald at falslýsa Gud niður í syndiga natúr – og at falslýsa sjálvt evnið í bardaganum mikla. Fullur í list linkar hann krøvini í lóg Guds og gevur fólki frælsir til at synda. Samtíðis fær hann tey at til síggja Gud soleiðis, at tey skulu óttast og hata hann, heldur enn at virða, elska og æra hann.

Sína egnu ræðuliga óndu natúruleggurhanná Skaparan. Og hon er komin í ymsar trúarskipanir og vísir seg í ymiskari gudsdyrkan. Soleiðis blindast menniskju og Satan fær tey til at hjálpa sær við at berjastímóti Gudi.Við eini avskeplaðari fatan av guddómligum eginleikum, fóru heidningar at trúgva, at mannaofring var neyðug fyri at tryggja sær tokka Guds, og øgiligir ræðuleikar vórðu framdir í ymiskari avgudadyrkan.

Romakirkjan blandaði heidnar og kristnar siðir. Hon avskeplaðiGuds mynd og tók harðar og skelkandi mannagongdir í trúarlæruna. Táið hon sjálv sat við valdið, nýtti hon píningaramboð at noyða fólk til at góðkenna sína læru. Bálið bíðaði teimum, sum ikki boygdu seg. Nógv vórðu myrd. Hvussu nógv verður ikki kent fyrr enn á dómadegi.Høgu menn kirkjunnar úthugsaðu undir leiðslu Satans, at fremja størst møguligar pínur, uttan tó beinanvegin at gera enda á lívi offursins. Í mongum føri varð slík djevilsk mannagongd endurtikin til uttastu mørk av hvat menniskjutola, innan natúran sjálv slepti takinum og hin píndi bjóðaði deyðanum vælkomnum sum eina søta útfrían.

Soleiðis gekk mótstøðufólki romakirkjunnar. Men eisini viðhaldsfólkini vórðu revsað við koyrli, svøltan og øðrum hjartaleysum likamligum ótespiligheitum.At tryggja sær tokkan av Himli, brutu skriftabørn iðrandi lógir Guds við at bróta natúrunnar lógir. Tey skuldu slíta kærleiksbond, sum Gud hevur skapt til signing og gleði í jarðarlívinum. Kirkjugarðar hava milliónir av ofrum, sum livdu lívið í klostri við nyttuleysari stremban, har tey kúgaðu natúrligan kærleika, tankar og kenslur fyri sínum viðskapningi.

Vilja vit skilja ræðuleikar Satans øld eftir øld, ikki bara við at pína tey, sum aldrin hoyrdu um Gud, men í sjálvum hjarta kristnu kirkjunnar og tiluttastu mørk ? so nýtast vit bert at minnast romakirkjunnar søgu. Viðhesi stóru og svikafullu skipan røkkur myrkursins fúrsti málum sínum – at vanæra Gud og at skapa nógvan vesaldóm fyri menniskjuni.

Táið vit síggja hvussu væl hann dugir at grýluklæða seg fyri at fremja verk sítt ígjøgnum kirkjuleiðarar, so skilja vit betri, hví ágangur hansara móti Bíbliuni er so stórur. Tí, um hon verður lisin, tá vil náði og kærleiki Guds kunna opinberast, og tað gerst tá púra greitt, at hann ikki leggur hesar tungu byrðarnar á fólk. Tað sum Gud vil er eitt angrandi hjarta og ein eymjúkan lýdnan anda.

Jesus nevndi ikki, at nakar skuldi í klostur fyri at koma í Himmalin. Hann lærdi heldur ikki, at kærleiki og samkensla skulu kúgast. Frelsarans hjarta fleyt yvir við kærleika. Jú nærri ein er komin moralskum fullkomni, tess kenslubornari er hesin vorðin. Og jú beinraknari uppfatanin er av synd, jú djúpari er samkenslan við teimum vónbrotnu og líðandi. Pávin kallar seg varamann Kristusar. Men tolir hugburður og lyndi hansara nakra samanbering við Kristus?

Hevur tú hoyrt, at Kristus dømdi fólk í fongsul ella á pínubonk, tí hesi ikki tóku undir við sær sum Kongi Himmals – ella fyri annað? Hoyrdi nakar rødd hansara døma nakran til deyða her og nú, tí viðkomandi ikki tók ímóti sær? Einaferð, tá hann varð vanvirdur á bygd í Samáriu, fekk Jóhannes sinnismun og spurdi: ”Harri, vilt tú, at vit skulu bjóða eldi at falla niður av himli og oyða tey, eins og Elias gjørdi?” Jesus hugdi blíður á hann og svaraði hartandi til eitt og hvørt hart sinnalag:“Menniskjasonurin er ikki komin fyri at oyðileggja menniskjalív, men fyri at frelsa tey.”5 Á tann stóri munur á Kristi anda og á anda hansara, sum kallar seg varamann Kristusar!

Er pávadømið broytt?Hví leita protestantar aftur til Róm?
Í dag vísur romakirkjan seg frá ljósari síðu og biður um umbering fyri nógvu próvføstu søguligu ræðuligleikarnar. Hon hevur latið seg í ‘Kristi klæðir’, men undir klæðunum er alt óbroytt. Allar grundreglur pávakirkjunnar úr gomlum døgum eru enn í gildi. Lat ongan lumpa seg sjálvan! Tað pávaveldi, sum protestantar nú eru so jaligirat heiðra, er óbroytt og júst tað sama sum á trúbótardøgum, tá menn Guds settu lívið í váða fyri at avdúka alt tess órættvísi.

Pávadømið hevur enn júst ta somu hugmóðina, sum gjørdi tað til harra yvir kongar og fúrstar eftir at hava kravt sær nøkur serlig guddómlig rættindir. Og andin er ikki minni grimmur og ráðaríkur í dag, enn hann var, táið tað knústi frælsir og myrdi hini heilagu Guds.

Pávaveldið er júst tað, sum spáað erum til endatíðarinnar fráfall: “Fyrst má fráfallið koma!”Snildir tess liggja í at spæla tann leik, sum ein og hvør tíð krevur, men handan kamelónsins skiftandi ytra er ormaeitrið tað sama,sum millum annað kemur fram við, at“ein eigur ikki at halda orð ímóti »trúarvillingum«, ella teimum, ið ein hevur illgruna um at vera trúarvillingar.”6Skal hetta veldið, sum ger so, hvørs søga í 1000 ár er skrivað við blóði teirra heilagu, nú viðurkennast sum ein partur av Kristusar kirkju?

Gevið gætur
Tað er ikki ógrundað, at mann í protestantiskum londum vil vera við, at katólska trúgvin ikki longur víkir so nógv frá protestantismuni sum áður. Ein broyting er farin fram. Men broytingin er ikki í pávakirkjuni! Katolisisman líkist á mangan hátt protestantismuni sum nú er. Men tað er nógv mest tí at protestantar hava broytt seg síðani trúbótsins dagar.

So hvørt at protestantiskar kirkjur hava leitað sær tokka heimsins, eru eyguni verri blindaði av falskari miskunn. Tær síggja bara, at tað er rætt at trúgva gott um alt ónt. Og sum óumgeingiliga úrslitið, so fara tær at trúgva alt ónt um tað góða. Tí slepst ikki undan, at tær til endans eisini trúgva alt ónt um gott. Heldur enn at stríðast fyri trúnni, sum einaferð med alla varð givin til tey heiløgu, eru tær nú í ferð við at geva romakirkjuni umberingar fyri sínar ódámligu meiningar um hana, og vilja biðja hana um fyrigeving fyri sítt snævurskygni.

Nógv, eisini teirra millum, sum halda lítið um katolisismu, hava ikki ferilin av hvussu vandamikið valdið og ávirkanin er. Onnur umbera,at andaliga og moralska myrkrið í miðøldum var orsøkin til útbreiðsluna av kirkjunnar læru, pátrúgv og kúgan. Tey siga, at vitanin í nýggju tíðini við upplýstum tjóðum, trúarfrælsi og frísinni í trúarspurningum, vil forða fyri, at gamla ótolsemisins harðræði vil endurtaka seg.

Bara tankin um, at tílíkur ringur standur kann koma aftur í upplýstari tíð, tykist teimum láturligur. Satt er tað, at stórt ljós nú á døgum skínur bæði andaliga, siðaliga og átrúnarliga. Úr orði Guds skínur eitt himmalskt ljós út yvir jørðina. Men vit skulu minnast til, at tess bjartari ljósið er, tess døkkari er myrkur teirra, sum vilja snara og vraka tað.

Lesur protestanturin Bíbliuna undir bøn til Gud, sær hann muruna og tekur frástøðu. Men mong eru so glað fyri sína sannføring, at tey kenna ikki trongd til at eyðmýkja seg fyri Gudi í bøn um hjálp í Skriftini “at gerast vís til frelsu” (2 Tim 3:15). Sjálvt um mong breggja sær av at vera upplýst, er vitanin um Bíbliuna og mátt Guds lítil. Fyri at sissa samvitskuna, leita mongbert eftir tí, sum er minst andaligt eyðmýkjandi.Hesi ynskja í grundini at gloyma Gud, og kortini at taka seg út til at hugsa um Gud.

Pávakirkjan er væl skikkaðtil at lúka slík ynskir, tí hon er hin best skikkaðatil tvey sløg av fólki, ið eru allastaðni: 1) Tey, sum vilja frelsast við egnum gerðum, og 2) hini, sum vilja verða frelst í syndunum. Hesir báðir bólkar eruallur loynidómur til makt romakirkjunnar.

Tíðir við stórum andaligum myrkri gav pávaveldinum framgongd. Nú sær tað út til, at ein upplýst tíðer eins góð til framgongdina. Fyrr í tíðini, táið fólk ikki áttu Bíbliuna og ikki kendu sannleikan í henni, gingu tey í blindum og í túsundatali vórðu veidd, uttan at síggja útspentu nótina fyri føturnar. Í okkara ættarliði lata mong seg blinda av mannatonkum – sonevndum vísindum.Tey síggja heldur ikki hesa nótina og reka beint í hana.

Andsevnir menniskjans eru skapað til at nýtast í tænastu sannleikans og rættvísisins. Men tá hugmóðin og havisjúkan tekur dik á seg og tankar orð seta seg oman fyri Gud, kann upplýsing gera størri skaða enn ókunnleiki. Soleiðis vil følsk vísind, sum undirgrevur Bíbliunnar læru, vísa seg at slætta veg fyri katolisismu við sínum dragandi ytra glitrieins og almenni ókunnleikin gjørdi tað í teimum myrku miðøldunum.

Við rørslum, sum nú taka seg upp í USA at tryggja kirkjum statsstuðul, ganga protestantar nú í fótaspor katolikkanna og enn meira enn tað. Teir opna dyrnar fyri pávaveldinum, at endurvinna mista harradømið í Evropa. Og við uppafturstørri týdningi, soeru ætlanir og aðalmál rørslurnar at noyða øll fólk til at halda sunnudag – ein siður við sínum lógaruppruna í romakirkjuni, og sum hon sigur at vera myndugleikamerki sítt. (Catholic Record of London, Ontario, sept 1., 1923)Tað er andi pávaveldsins, sum í hesum rørslunum vil laga alt yvir í verðsligan skikk og setamanngjørdu siðvenjuna hægri enn Guds boð. Andi pávaveldsins gjøgnumsúrgar nútær protestantisku kirkjurnar, og tølar tær til at virka fyri sunnudagsins halgan á sama hátt sum pávastýrda romakirkjan longu so leingi hevur gjørt.

Romakirkjumerkið
Um tú sum lesari vil at vita hvørji amboð fara at verða nýtt í komandi bardaga, so nýtist tær einans at kanna frásagnir um, hvørji amboð Rom nýtti tilsama endamál fyrr í tíðini. Vilt tú eisini vita, hvussu katolikkar og protestantar í felag vilja fara við teimum, sum vraka teirra trúarlæru, so mást tú eisini kanna tað sinnalagið, sum Rom í forum vísti mótvegis sabbatinum og verjum hansara, sum er søguliga til taks.

Kongsins fyriskipan og kirkjuavgerðir stuðlaðar av verðsligum myndugleika góvu heidna festdegnum heiðurplássið í kristna heimin. Fyrsta almenna fyriskipanin, sum ásetti sunnudagin til halgidag, var lóg Konstantins Stóra keisara 3. mars í 321 e.Kr.Hon kravdi at býarfólk skuldu hvíla og ikki arbeiða “heiðursdagin fyri sólina”, men hon loyvdi uttanbíggjað arbeiði.

Hóast tað var ein heiðin siður, so kom lógin frá tí fyrsta keisaranum, sum váttaði seg kristnan, sum 8 ár innan í 313 lýsti kristindóm til almennu trúnna í Romaríkinum. *(Slíkt átti onga heimild í Guds orði og kristna spjaldrið var politikkur !)

Eusebius
Táið keisarans mandat ikki røkk at umbýta Guds myndugleika, helt Eusebius biskuppur fyri, sum ynskti tokka fúrstanna og var vinur og smikrari Konstantins, at Kristus hevði skift sabbatin út við sunnudagin. Einki prógv varð víst úr Skriftini fyri nýggju læruni, tvørturímóti.”Eusebius viðgongur falskleikan og útpeikar teir veruligu upphavsmenninar til broytingina. Hann sigur: »Alt, sum var okkara skylda at gera um sabbatin, hava vit yvirført til Harrans dag!«”7Men hóast prógvið fyri sunnudegnum einki grundstøði átti, so var hetta nóg mikið til, at fólk fingu dirvi til at gera sabbatin til fótatraðk. Øll, sum vildu virðast av hesum heiminum, tóku umtókta veitsludagin til sín – hendan vikuliga festival við uppruna í sóldyrkan – í mitra.

So við og við sum pávadømið fekk fótafesti, helt virksemið fram at upphevja sunnudagin enn meira. Í langa tíð arbeiddu bøndur sunnudag, táið teir ikki vóru í kirkju, og tó var 7. dagurinframvegis hvíludagur og hildin sabbatur. Men tað komu støðugt fleiri broytingar – rættari sagt, fleiri forðingar.

Dómar
Teir í prestaembæti fingu bannað at døma í borgarligum trætum ein sunnudag. Skjótt eftir fingu øll, líka mikið starv, boð um at halda seg frá vanligum arbeiði sunnudag undir hóttan um fongsul til fríar borgarar og avbuking til trælir.Seinni kom kunngerðin, at rík fólk skuldu revsast við at missa helvtina av ognunum. Og dittaðu tey sær framhaldandi at gera ímóti harraboði, tá at missa alt og gerast trælir. Lægru stættirnir vóru sendir í útlegd fyri lívstíð, friðleys og givin upp fyri skutil.

Eisini íspunnin ‘undurverk’ vórðu tikin í nýtslu at skjóta seg undir. Millum annað frættist, at ein bóndi, sum skuldi pløga ein sunnudag, reinsaði plógvið við einum jarnpetti, sum festi seg í hond hansara, so hann mátti ganga runt við tí í tvey ár við “stórari pínu og skomm!”

Seinni gav pávin tey boð, at sóknarprestar skuldu minna sunnudagsbrótarar á at fara í kirkju at siga sínar bønir. Annars vildu stórar vanlukkur raka teir ella grannar teirra. Eitt kirkjuráð tók fram ta próvgrund, sum seinni eisini er brúkt av protestantum, at menniskju eitt nú vórðu rakt av snarljósi, táið arbeitt var sunnudag, og tí mátti dagurin nú vera sabbaturin.”Tað er týðuligt og greitt boð frá Gudi,at tað vekir vreiði hansara, tá fólk vanæra hendan dagin,“ søgdu prælatar. (høgir kirkjumenn)Og teir sendu uppaftur fleiri tilmælir og áheitanirtil prestar, stjórnarlimir, kongar, fúrstar, ja, til øll trúgvandi, at tey “av øllum alvi skuldu syrgja fyri at æra hendan dagin og halda hann við størri frómleika vegna umdømi kristinheitsins, og at hann eisini skuldi haldast við gudsótta í komandi tíðum.”

Táið áheitanirnar frá teimum høgu kirkjumonnunum ikki vóru nóg mikið, vórðu verðsligu myndugleikarnar bidnir um at útskriva fyriskipanir tilat ræða fólkið við, og harvið at noyða tey til at halda seg frá arbeiði sunnudag. Á kirkjuráðstevnu í Rom vórðu allar tær gomlu avgerðirnar endursamtyktar í stórum hátíðardámi. Tær komu tá eisini við í kirkjulógina og teir borgarligu myndugleikarnir umsótu hana í næstan øllum tí kristna heiminum.

Men tann stóri trupulleikin var framvegis, at eingin grundgeving var at finna í Bíbliuni fyri sunnudegnum sum vikuliga hvíludagin. Tað gav ikki so lítið av trupulleikum. Mong ivaðust í rættinum til direkta at seta boð frá Jehova til viks:”Sjeyndi dagurin skal vera hvíludagur fyri Harran tín Gud.” At bøta um trotið av bíbilskum grundgevingum, máttu teir taka til onnur ráð.

Ein íðin sunnudagsmaður, sum seint í 12. øld vitjaði Ongland, møtti avgjørdari mótstøðu og varð avvístur av trúføstum sannleikavitnum. Átøk hansara vóru so úrslitaleys, at hann í eina tíð fór av landinum at hugsa um, hvussu hann kundi fremja sína læru. Afturkomin fekk hann saknin fyltan við størri hepni. Hann hevði tá við sær eina rullu, sum søgd var at vera komin niður frá Gudi, og innihelt tey neyðugu boðini um at halda sunnudagin heilagan.

Har vóru eisini ræðuligar hóttanir skrivaðar fyri at ræða tey ólýdnu. Kostbara skjalið – líka svikafult sum tann fyriskipan, ið tað styðjaði – varð sagt at vera fallið niður av himli og funnið í Jerúsalem, á sancta Símunar altari á Golgata. Men í veruleikanum var pávaliga prýðisborgin í Rom tað staðið, har tað átti sín uppruna. Í romakirkjuni er svik og reinging til allar tíðir kallað fyri rættindir hennara, og eisini fyri at fremja vald og ríkidømi. Svik og reinging er óhugnaliga viðurkent sum lógligt amboð innan stigveldi katólsku prestanna.

“Pávarullan av Himli” bannaði øllum at arbeiða frá 9. tíma, tað vil siga frá kl. trý seinnapart leygardag til sólarris mánamorgun. Gildið rullunar varð staðfest við nógvum innskrivaðum undurverkum, til dømis at fólk, sum arbeiddu úti hesa ásettu tíðina til sunnudagshald, vórðu lammað.Og einaferð skuldi tað vera ein mylnumaður, sum royndi at mala korn. Hann fekk at síggja, at ístaðin fyri mjøl floymdu blóðstreymar undan, og síðani steðgaði mylnuhjólið, hóast sterkan vatnstreym.

Og so var tað ein kvinna, sum setti deiggj inn í ein ovn, og sá, at tað var rátt, táið hon tók tað út aftur, hóast sera heitan ovn.Ein so var tað ein onnur, sum hevði deiggj klárt at seta í ovnin við níggjunda tíma, men tók avgerðina at seta tað til viks til mánadagin. Men hon sá næsta dag, at tað var vorðið til væl bakað breyð við guddómligari kraft. Uppaftur ein onnur bakaði breyð um nígginda tíman leygardag, og táið hon næsta dag breyt breyðið í tvey, rann blóð úr tí.Við tílíkum skrøggi úr pátrúgv royndu teir, sum stríddust fyri sunnudegnum, við falsi at prógva heilagleika hansara.

Í Skottlandi eins og í Onglandi kom ein størri sunnudagsvirðing við at flætta haldið tilein part av gamla sabbatinum. Men munur var á, hvussu leingi dagurin skuldi haldast. Skotski kongurin segði, at “leygardag frá kl. tólv á miðdegi eigur at vera heilagt,” og at eingin frá tí klokkutíðini fram til mánamorgun hevði loyvi til at gera nakað verðsligt.

Men hóast alt strevið at hevja sunnudagshalguna, so viðgingu katolikkar sabbatins guddómliga myndugleika og sunnudagsins manngjørdu fyriskipan frá pávanum, sum gjørt hevði skiftið. Og í 16. øld yvirlýsti ein pávalig ráðstevna týðuligt:”Latið øll kristin minnast, at sjeyndi dagurin varð halgaður av Gudi og er vorðin góðtikin og yvirhildin ikki einans av jødunum, men eisini av øðrum, sum halda uppá at tæna Gudi; Tó hava vit kristnu broytt sabbatin til Harrans dag.”13Umboðini, sum “broyttu” Guds lóg, vóru ikki óvitandi um sína gerð. Pávin setti seg av fríum vilja hægri enn Gud, sum tað so beint úter skrivað í 2 Tess 2,3-4.

(Obs: “broyttu” í gásareygum, tí einki menniskja fær broytt útsøgn og lóg Guds, men at nevnda vald “skal hava í huga at broyta tíðir og lóg”, er nakað annað, og spátt um Dánjal profet nógvar øldir áðrenn,Dán 7:25b.)

Sabbatshald og kristin í Etiopia
Eitt sigandi dømi um støðu Romaímóti teimum, sum ikki tóku undur við læru romakirkjunnar, vita vit um frá drúgvu og blóðigu jagstranini av valdensunum. Nakrir teirra hildu sabbat. Men mong onnur máttu eisini líða á líknandi hátt fyri trúskapinímóti fjórða boðnum.

Kirkjusøgan hjá Etiopia og Abbessinia er týdningarmikil, tí í myrku miðøldunum misti Rom tær kristnu kirkjurnar í Miðafrika úr eygsjón. Tær livdu sítt egna lív í friði og náðum í nógv ár við trúarfrælsi. Men at enda hoyrdi Rom um støðuna, og keisarin í Etiopia lat seg skjótt tøla til at játta pávan sum Kristi avloysara. Seinni komu fleiri skipanir at lúta undir frá pávanum. Ein teirra varð útskrivað við hóttan um strangastu straff fyri at halda sabbatin.

Men pávaliga okið gjørdist skjótt so tungt, at Etiopia vildi slíta frá Rom. Eftir eitt øgiligt stríð varð romakirkjan víst av landinum og gamla trúgvin aftur sett við. Kirkjurnar frøddu seg um frælsið, og gloymdu ongantíð tað, sum tær høvdu lært um villleiðing, fanatismu og harðræði romakirkjunnar. Teimum dámdu at verða verandi innan egið ríki – og at vera ókend av øðrum innan kristindómin.

Tær afrikansku kirkjurnar hildu sabbatin á sama hátt sum pávakirkan hevði gjørt innan sítt stóra fráfall. Hóast tær í lýdni fyrii boðum Guds hildu 7. dagin, so arbeiddu tey ikki sunnudag eftir kirkjunnar siðvenju. Eftir at Rom fekk sítt sterka vald, trampaði kirkjan Guds sabbat niður, men kirkjur í Afrika vóru í næstan túsund ár leysar av hesum fráfallinum.Men táið tær komu undir Rom, vórðu tær noyddar til at avleggja sanna og tignarliga sabbatin. Men so skjótt tær endurvunnu frælsið, aktaðu tær aftur á fjórða boð.

Hesar frásagnir úr gomlum døgum vísa greiða fíggindskap romakirkjunnar ímóti tísanna sabbatinum og verjum hansara. Tær vísa eisini, hvørji amboð verða nýtt fyri at halda fast við tann hvíludagin, sum hon sjálv ásetti. Orð Guds lærir, at viðurskiftini fara at endurtaka seg, táið katolikkarnir og protestantarnir í felag fara at hevja sunnudagin.

Endurføddað pávaveldið
Spádómurin í Op 13 umtalar tvey ríkir við tveimum djórasymbolum. Næsta ‘djórið’ líkist lambi við tveimum hornum, og tað skal fáa “jørðina og øll tey sum á henni búgva”,til at tilbiðja fyrsta djórið, pávaveldið, sum vers tvey lýsir at líkjast leopardi.Djórið við tveimum hornum skal eggja “tey sum búgva á jørðini, til at gera eina mynd av fyrsta djórinum.” Harafturat skal tað fáa øll, ”bæði smá og stór, rík og fátøk, frí og trælir,”til at móttaka “djórsins merki.”15Ávíst er aðrastaðni, at tvíhyrnta‘lambið’ sipar til USA og at spádómurin gongur út, táið USA noyðir fólkið til sunnudagshaldið, sum romakirkjan hevur tilmerkiat viðurkenna tign sína (sum lóggevari omanfyri Bíbliuna). Men Amerika verður ikki einsamalt um at fagna romakirkjuna. Ávirkan hennara er langt frá horvin í londum, sum í øldir hava viðurkent yvirvøld hennara.

Og spádómurin í Op. 13 talar um eina endurreisn av hesum veldi:”Eg sá eitt av høvdum tess eins og sært til deyða; men ólívssár tess varð grøtt. Og øll jørðin fylgdi undrandi eftir dýrinum.”Høggið til deyðiligt sár, sum eitt høvd fekk, passar væl á fall pávans í 1798, tá hann varð tikin fangi. Men sárið grøddist “og allur heimurin fylgdi undrandi eftir djórinum.” Paulus sigur eisini um lógloysingin, at hann verður verandi til Kristus kemur aftur.Alt til tíðarinnar enda, heldur hann fram oyðandi verk sítt, sum vil siga, at djórið vil halda áfram at svika, og Opinberingin yvirlýsir, at “øll, ið á jørðini búgva, skulu tilbiðja tað, og hvør tann, ið ikki frá tí, at heimurin varð grundaður, hevur navn sítt skrivað í lívsbók Lambsins.”16Bæði í tí gamla og nýggja heiminum skal pávadømið verða heiðrað við sunnudagsins halgan, og tá heiðrar hettar fólkið rænda valdi tess.

Síðani hálva 19. øld hava fleiri, sum granska spádómar um USA, lagt hendan vitnisburðin fram. Og tilburðir fyri tíðina benda meiri og meiri á, at spádómarnir ganga út. Protestantiskir prestar siga guddómligan myndugleika liggja handan halganina av sunnudegnum – men heldur ikki teir finna prógv í Skriftini fyri tí, eins og pávans menn ikki kundu. Teir pentaðu tí saman skrøgg um undurverk, ístaðin fyri at ávísa boð frá Gudi í Bíbliuni. Uppáhaldið um, at Gud vil revsa og heimsøkja tey, sum ikki halda sunnudag, vil verða endurnýtt, ja, tað hoyrist longu. Rørslur við endamálinum at noyða fólk til at halda sunnudag eru í skjótari menning at fóta sær.

Romakirkjan er sniðfundig og lokabrøgdini mong. Hon veit at meta um, hvat vil henda og dugir at lofta røttu løtuna - og hon sær nú protestantisku kirkjurnar í fullum knæfalli til falska sabbatin. Og hon sær tær fyrireika seg til at noyða hann á øll ?og júst við somu amboðum, sum hon sjálv nýtti. Tey, sum vraka tað sanna ljósið, fara at leita sær hjálp frá henni, sum sigur seg lýtaleysa, at heiðra sunnudagin, sum hon sjálv flutti sær til hvíludag.Tað sigur seg sjálvt, at hon heldur enn fegin vil hjálpa protestantunum við hesum. Og hvørjir aðrir enn teir pávaligu leiðararnir vita betur, hvat hendir við teimum, sum tá verða kirkjuni ólýðin ???

Romversk katólska kirkjan er ein stór heimsfevnandi einaveldig skipan undir pávans ræði. Alla greinar eru skipaðar at tæna áhugamálum hansara.Óteljandi sambond eru út í heimsins lond og limirnir hava fulla skyldu til at vera pávanum lýdnir.Uttan mun til tjóðskapin ella stjórnarlagið, so skulu tey taka mynduleika kirkjunnar at standa hægri enn alt annað. Og hóast fólk svørja eið til statin, so skulu tey fyrst vera Rom lýðin, sum loysir tey út úr øllum skyldunum, sum stríða ímóti áhugamálum pávans.

Søgan sigur, at romakirkjan við snildum og valdsnýtslu altíð hevur blandað seg uppí viðurskifti tjóðanna fyri at fremja egin áhugamál. Táið hon vann sær fótafestið, framdi hon altíð tað hon vildi, líkamikið hvussu illa hon tey skaddi fólk og myndugleikar.

Í 1204 varð Petur II. kongur frá Arragoniu av páva Innocens III. noyddur til at siga hesa løgnu eið:”Eg, Petur, kongur av Arragonia, yvirlýsi og lovi at vera mínum harra, páva Innocens, hansara katólsku eftirmonnum og romakirkjuni trúgvur og lýðin og við trúskapi at varðveita mítt ríki í lýdni ímóti honum, við at verja katólsku trúnna og at jagstra allar trúarvillingar.” Hetta samvarar krøvini í veldi romverska pávans, at “hann hevur rættin at avseta keisarar,” og at “hann kann loysa tegnar frá teirra trúskapareiði til órættvísar ræðisharrar.”. . .

Og gloymið ikki, at stoltleiki romakirkjunnar er, at hon ongantíð broytir seg. [semper idem] Grundreglan hjá Gregor VII. og Innocens III. pávum er enn í dag hin sama í romakirkjuni. Og hevði hon megina, so hevði hon eisini í dag framt somu gerðir við harðskapi sum í farnum øldum. Protestantar vita ikki, hvat teir gera, táið teir vilja hava Rom at hjálpa sær við at fagna sunnudagshaldið.

Í sambandi við hetta mál er ætlan Roms, at kirkjan skal endurvinna tað gamla valdið og tignina. Og málið er rokkið, táið USA góðtekur grundregluna um, at kirkjan kann nýta statsins myndugleika til religiøsir siðir og skikkir, sum tá verða ásettir í landsins lógum. Kirkjan og statsmyndugleikin taka sær tá stutt sagt rættin til at ráða yvir samvitskunum ? og tá er sigurin hjá Rom tryggjaður.

Guds orð hevur ávarað um hvat stendur fyri durinum, men protestantiski heimurin gáar lítið um tað. Hann fer ikki at síggja veruligu ætlanina úr Rom, fyrr enn ov seint er at koma úr felluni. Stillisliga gerst romakirkjan sterkari og læran ávirkar bæði lóggávur, kirkjur og hjørtu manna.Hon reisir høg torn og byggir stórfingnar bygningar við loynikømrum at nýta til komandi jagstran. Í loyndum og uttan at hini varnast nakað, savnar hon megina til at fremja ætlan sína, táið tíðin er búgvin. Alt, sum hon nú ynskir sær, er at fáa eitt gott høvi, og tað fær hon skjótt borið upp í hendurnar. Vit fáa skjótt at síggja, hvat katolisisman hevði í kvittanum. Øll, sum eru trúgvandi og boðum Guds lýðin, fara tá at verða vanæraði og jagstraði.