Bardagin Mikli kapitel 36. Fra side 582tilbage

Kreppan nærkast

Síðanibardagin mikli kom uppi í Himli, hevur Satan vilja kollrent lóg Guds. Tað var tí hann gjørdi uppreistur ímóti Skaparanum. Og útstoyttur úr Himlinum hevur hann stríðst víðari ímóti Gudi á jørðini. Máliðherer at tøla hvørt menniskja til at bróta lóg Guds. Um tað eydnast at fáa hin einstaka at vraka alla lógina ella bara eitt boð, so er skuldin tann sama. “Tí tann, sum heldur alla lógina, men snávar í einum, er vorðin sekir í øllum.”

Í royndini at vekja vanvirðing fyri boðum Guds,hevur Satan avskeplað læru Bíbliunnar og fingið fleiri villingar sníktar inn í trúnna hjá í túsindatali, sum játta seg at trúgva Skriftini. Síðsti stóri bardagin ímillum sannleika og villing er bert endin á einum drúgvum stríði um lóg Guds. – Bardagin er millum lógir manna og fyriskipan frá Jehova – ein bardagi millum Bíbliunnar læru og íspunnar sagnir og gjørdar siðir.

Vandin hóttir
Áhugabólkar, sum savna seg ímóti sannleika og rættvísi, eru farir til verka. Guds heilaga orð, sum er varðveitt undir so mongum líðingum og ofraðum í blóði, verður lítið virðismett. Nú kunnu øll lesa í Bíbliuni, men einans fá gagnnýta høvið og nýta hana til vegleiðinginaígjøgnum lívið. Ikki bert úti í heimi økist vantrúgin í stórum, men eisini inni í kirkjuni. Mong avnokta heilt ella partvíst grundleggjandi súlurnar í kristnu trúnni, soleiðis sum Guds kveiktu profetar vísa okkum á tær, eitt nú sjálva skapanarsøguna, syndafallið, sáttargerðina og hina í allar ævir galdandi lóg Guds.

Mong, ið halda seg vera klók og frælslynt, meta tað sum veikleika treytaleyst at hava fult álit á Bíbliuni. Tey innbilla sær at vera gávurík og betri vitandi, meðan tey frambera Skriftini smáligar atfinningar. Tey mistankagera og burturforklára hennara mest týðandi sannleikar. Nógvir prestar læra samkomuna og skúlalærarar næmingarnar, at lóg Guds er broytt ella sett úr gildi – og siga tey vera til spott og há, sum síggja krøv hennara bókstaviliga at skulu aktast og rós verd.

Við at vraka ein sannleika, vrakar maðurin eisini upphavsmann sannleikans. Og hersnýr tað seg um sjálvan Skaparan og Lóggevarans myndugleika. Tað er eingin munur á at uppfinna skeiva læru og at gera sær avgud úr træi ella steini. Við at seta eginleikar Guds í skeivt ljós, gevur Satan fólki skeiva mynd av honum. Mong hava sett eina heimspekiliga avgudamynd á trónu Guds, meðan hin livandi Gud, opinberaður í orðinum, í Kristusi og í skaparaverkinum, einans er tilbiðin av teimum fáu. Nógv gera náttúruna til gud (panteisma), ímeðan tey avnokta Gud til skapara náttúrunnar.

Í kristna heiminum í dag verða avgudar dyrkaðir eins nógv sum á Elias’ar døgum í gamla Ísrael, men teir hava bara fingið mong onnur skap. Gudurin hjá teimum, ið ganga fyri at vera klókari og fremri í skónum, hjá heimspekingum, høvundum, politikkarum, blaðfólki, mótafólki og teimum fínu, ja, enntáhjá gudfrøðilesandi á setrum ? er lítið mætari enn Ba´al, sólgudur føniksmanna.

Lógin eingin fær broytt
Eingin læra í kristna heiminum gongur djarvari ímóti myndugleika Himmalsins og er í størri andsøgn til vit og skil, og harvið skaðiligari, enn tann nýggja læran, at lóg Guds ikki er bindandi. Læran breiðir seg skjótt. Allar tjóðir hava lógir til at lýða og virða. Og eingin stjórn virkar væl uttan góðar lógir. Kann tað hugsast, at Himmalsins og heimsins Skapari ikki hevur eina lóg til skapningar sínar?

Hugsa tær, um virdir prestar knappliga lærdu, at landsins lógir, ið verja landsins borgarar, ikki eru skyldubundnar. Og at grundgevinginer, at tær skerja frælsið og tí ikki eiga at virðast. Hvussu leingi høvdu hesir prestar verði toldir og sloppið at hildi fram?Men er tað eitt størri brotsverk at vanvirða landsis lógir enn at traðka Guds heilagt fyriskipaðu lóg undir føtur, sum er normalt støðið undur øllum landastjórnum?

Tað vildi verði lættari fatað, um øll lond settu sínar lógir úr gildi og fólk gjørdu sum tey vildu, enn athann, sumøllum valdar, skuldi setti sínar egnu lógir úr gildi – og slepti øllum lógargrundarlagi til at dømt tey, sum sek eru, og rættvísgjørt tey, sum lýðin eru.

Mann tað bera til, at ímynda sær úrslitini, táið lóg Guds er alment útihýst? Royndin er gjørd íFrakland. Tað var ein ræðuligur vígvøllur, táið gudloysið grundaði tað útinnandi valdið. (“Ræðslustýrið 1790-94” ums.)Tá fekk heimurin at sanna avleiðingarnar av at bróta Guds mørk. Táið stýrið gav seg fult undir ateismuna, bar tað við sær hitt ræðuligasta harðræði. Táið mátistokkurin fyri rættvísi er burtur, er vegurin opin hjá fúrsta óndskapsins frítt at inna vald sítt á jørðini.

Fruktirnar av at vraka lóg Guds
Táið lóg Guds vrakast heldur synd uppat at líkjast synd og rættvísi verður minni dragandi. Tey, sum nokta at geva seg undir leiðslu Guds, megna ikki at stýra sær sjálvum. Skaðiliga lívsáskoðanin verður flutt á børnini, sum vanliga eru sár, og læra ikki at taka ímóti boðum og eru natúrliga ímóti noyðslu. Úrslitið verðurlógleysaog óspekta samfelagið. Men fjøldin heldur tey fyri gjøldur, sum eru so góðtrúgvin at vera krøvum Gudslýðin, men hesi taka sjálv í fullum huga við villing Satans. Tey geva lystum fríar teymar og kasta segút í somu syndir, sum í forum góvu heidningunum revsidómar.

Tey, sum læra at fara lætt um boð Guds, sáa ólýdni og heysta ólýdni. Um tey tálmandi bondini, sum boð Guds áleggja verða vrakað, fara fólk skjótt heldur ikki at virða samfelagsins lógir. Orsaka av, at Gud bannar óreiðiliga atferð, girnd, at lúgva og snýta, eru fólk til reiðar at vanvirða hansara rættvísi sum eina forðing til verðsligan framburð. Men avleiðingarnar av at seta reglur Guds til viks, verða kortini ikki, sum tey væntaðu. Um lógin ikki bant, hví skuldi nakar so óttast at broti hana? Ogn tín vildi ikki longur verið trygg. Fólk kundu tikið ognir grannans við harðskapi, og tann sterkasti gjørdist tann ríkasti. Sjálvt ikki lív vóru vird.Hjúnarbandið vildi ikki verið heilaga verjan fyri húskið. Hann, sum hevði styrkina, kundi við makt tikið konu grannans, um hann vildi.Fimta boð eins og fjórða varð skúgvað til viks. Børn høvdu ikki aftra seg at dripi foreldur og uppfylt óndar tankar. Annars mentaði fólk vildu verðið til eitt harkalið av ráns- og drápsmonnum. Allur friður og øll eydna vildi verði rikin av foldum.

Læran um at vera loyst frá lóg Guds, hevur gjørt moralskar kenslur veikari og lækkað gáttina fyri flóðaldum av órættvísi. Lógloysi, ólevnaður, oyðsl og rot sópa seg ógvusliga inn yvir okkum. Satan arbeiðir íðiligur innan familjuna. Merki hansara veittrar sjálvt í kristnum heimum. Øvund, illgruni, hykl, kuldi, klandur, ófriður, eftirlæti fyri njótisjúku og svíkjan av øllum heilagum áliti eru millum eyðkennini. Allar tær átrúnaðarligu grundreglurnar, sum skuldu verið grundarlagið undir og tann holli karmurin um samfelagslívið, eru táístaðin sum eitt skirvisligt hús, ið er um at rapla.

Teir mest forherðaðu brotsmenn, ið verða fongslaðir, fáa ofta uppmerksemi og gávur, sum um teir høvdu uppiborið viðurkenning. Talað verður allastaðni um lív og sinnalag teirra. Fjølmiðlar almannakunngera andstyggiliga óndskapin og greiða frá svikunum, morðunum og ræningunum niður í smálutir. Satan frøist um djevulska framburðin av egnu djevlaætlan síni. Blindur óndskapur, manglandi virðing fyri lívi, vaksandi ólevnaður og brotsgerðir av øllum handa slagi átti at vakt øll úr svøvni, ið óttast Gud, so at tey spurdu eftir, hvat gerast kann fyri at steðga øllum flóðaldum óndskapsins.

Dómstólar eruundir spillu. Leiðarar lata seg stýra av tráan til tað holdsliga. Drykkiskapur og annað bundni ger veik, og letur upp fyri Satans fulla valdi. Spillufongdir løgfrøðingar lata seg mutrað at villleiða.Ólevnaður, øvundsjúka og óheiðursemi av øllum slag trívistímillum tey, sum umsita lógirnar. “Rætturin er rikin eftir hæli, og rættferðin stendur langt burtur; tí sannleikin snávar á tingstaðnum og tað, ið beint er, sleppur ikki fram.”

Stóra órættvísið og andaliga myrkrið, sum ráddi undir gamla Roms yvirvaldi, kom óiva av at kúga Bíbliuna. Men hvaðani stavar stóra útbreiðslan av vantrúgv?Og hvør er orsøkin til, at lóg Guds verður vrakað, og spillan vinnur fram undir gleðiboðskapsins fulla ljósi í tíðum við trúarfrælsi? Nú Satan ikki longur fær hildið heiminum undir tamarhaldi sínum við at krógva Skriftina, finnur hann uppá onnur ráð. Við at niðurlaða trúnna á hana, røkkur hann eins væl endamálinum, sum við at týna hana. Við at spjaða ta áskoðan, at lóg Guds ikki er galdandi, fær hann fólk til at bróta hana, sum um tey einki vistu um hana.

Satan virkar nú eins og fyrr um kirkjuna við sínum ráðagerðum.Dagsins kristnu nokta ofta at lurta eftir ávísum illa lýddum, men týðuligum sannleikum í Skriftini. Í stríðnum ímóti sannleikum hava tey so ístaðin ættleidd tulkingar og plantað áskoðanir, væl sáaðar í skeptisismu (tortrúgvan hugburð). Tað er eitt nú við at krøkja seg í pávans villing um ódeyðiligleikanog varðveitta tilvitsku í deyðanum. Soleiðis vrakað tey eina ta størstu verjuna ímóti sviki spiritismunnar. Og skeiva læran um eina óendaliga pínu fyri glatað, hevur fingið mong at himprast við og ivast um Bíbliuna.

Og tá fólk gerast varug við krøvini í fjórða boð, sum áleggurat halda sjeynda dag,so royna tey at skáka sær undan og siga at lóg Guds ikki longur er galdandi (í hvussu er ikki fjórða boð). Soleiðis vraka tey sabbatin og lóg Guds ísenn. Sohvørt broyting av hvíludegnum vinnur fram, verður lóg Guds vraka kring heimin, fyri at sleppa sær undan kravinum í fjórða boði. Teir leiðandi í kristna trúarheiminum lata við lærum sínum dyrnar upp fyri vantrúgv, spiritismu og at vanvirða Guds ævigu heilagu lóg. Tað hvílur ein ræðulig ábyrgd á hesum leiðarum fyri ta synd, sum ger um seg í kristna heiminum.

Tríføld samgonga
Teir vilja eisini vera við, at spillan, sum breiðir seg so skjótt, kemst av vanvirðing fyri tí “sokallaða kristna hvíludegnum”, og at ein lóg, sum noyðir øll at halda sunnudag, hevði bøtt nógv um siðastandin í samfelagnum. Hettar ger seg serliga galdandi í Amerika, tí læran um hin sanna hvíludagin í Bíbliuni har er mest prædikaður.

Navnframa fráhaldsrørslan og sunnudagsrørslan samstarva um moralskar ábøtir. Talsmenn teirra siga seg arbeiða fyri at fremja samfelagsins besta. Taka fólk ikki undur við, at sunnudagur við lóg skal haldast, verða tey eisini skírd fyri at vera ímóti fráhaldsrørsluni. Teir, sum stríðast fyri sunnudegnum, nýta tískil fráhaldsrørsluna sum eitt skálkaskjól. Og tey, sum nokta at fylgja teimum, verða mett sum fíggindar av mátahaldi og trúbót. Men tað, at ein rørsla, sum stuðlar villing, ger felagsskap við eitt arbeiði, sum í sær sjálvum er gott, er einki prógv til frama fyri hini villingini og rættar einki. Vit kunnu krógva eitt eitur við at blanda tað í heilsugóðan mat, men hetta broytir ikki eitrið. Tað er tvørturímóti vorðið nógv farligari, tí sannlíkið nú er størri fyri, at fólk av óvart eitra seg.Hetta er Satans kynstur, at sameina lygnina við júst so mikið av sannleika, at blandingin gevur ynskta ferilin av trúvirði, og er kortini eitrað.

Leiðarar í sunnudagsrørslum kunnu vera talsmenn fyri góð átøk, sum samsvara við grundreglur Bíbliunnar. Men táið teir samstundis seta fram krøv, sum stríða ímóti lóg Guds, kunnu tænarar hansara ikki gera felags søk við teir. Einki rættvísger at seta mannaboð omanfyri Guds boð! (Markus 7:7; Ápostlasøgan 5:29)

Millum stórstu lygnir Satans eru ivaleyst ódeyðiligheitslæran og plagiátið til Guds sabbat, eftirgerðintil sunnudag. Fyrra læran er grundstøðiðtil andatrúnna (spiritismuni) – og hin, plagiátið, er merki romakirkjunnar. Protestantar í USA verða fyrst at rætta hondina yvir dýpið til spiritismuna og djórsins merkið. Teir vilja toyggja seg í hesa avgrund, og geva valdinum í Rom lógvatak. USA stígur tá í fótaspor Roma ávirkað av tríføldum samtaki (Op 16:13), sum vilniðurtraðka rætt samvitskunnar.

Nú spiritisman leggur seg nær at sokallaðum kristindómi, lumpar og fjøtrar hon. Satan kemur sum ljóssins eingil og ger nógv spiritistisk undurverk. Sjúk grøðast og onnur eyðsýnd undur henda. Av tí at andarnir látast at játta seg til Bíbliuna og at sýna virðing fyri kirkjusiðum, fara fólk at halda gerðir teirra vera av guddómligum uppruna.

Ilt er at síggja mun á játtandi kristnum og gudleysum. Limir kirkjunnar elska tað, sum heimurin elskar, og knýta seg fúsir nærri heiminum. Satan tvinnar og styrkir sína søk við at savna øll í legu spiritismunar. Katolikkar, sum breggja sær av undurverkum sum prógv um sonnu kirkjuna, lata seg lættliga lumpa av hesum undurgerandi mátti. Og protestantar, sum hava vrakað sannleikans skjøldur, lata seg eisini lumpa. Katolikkar, protestantar og verðsligir gudloysingar fara nú í felag og játta skin gudsóttans, men hava ikki kraft hansara. Teir fara í hesari samgongu at byrja stóra rørslu, sum hevur til endamáls at umvenda allan heimin og at stovna eitt túsundáraríkið, sum teir so leingi hava bíðað eftir.

Satan fer við spiritismu at eftirapaJesusi. Hann lekir sjúkur og sigur seg geva heiminum nýggja tignarliga trúarlæru, men samstundis er hann oyðarin. Freistingar hansara leiða fjøldina í glatan. Ólevnaður ger skynsemi óvirkið og avleiðingin er stríð og blóðbað. Satan elskar kríggj, tí tað fær ljótastu hugir sálarinnartil lívs og sendur síni offur dálkaði av blóði og synd í ævinleikan. Málið er at øsa tjóðirnar – tí soleiðis leiðir hann tankarnar burtur frá at fyrireika seg at standa sigrandi á degi Harrans.

Stórar vanlukkur á sjógvi og landi
Satan virkar ummáttir natúrunnar at savna ófyrireikaðar sálir.Hann dugir loynidómarnar og nýtir sítt vald at ráða natúrkreftum fram at marki Guds. Hvussu skjótt var ikki beint fyri neytafylgjum, tænarum, húsum og børnum Jobs, eftir at Gud loyvdi honum tað. Eftir stuttari tíð kom vanlukka omaná vanlukku.Gud verjir skapningar sínar ímóti valdi oyðarans. Men kristni heimurin hevur sýnt stóra vanvirðing fyri lógini hjá Jehova, og Harrin vil gera júst tað, sum hann hevur sagt.Hann tekur signing sína av jørðini og umsorgan sína frá teimum, ið seta seg ímóti lógini og læra ella noyða onnur tað sama. Satan hevur ræði á øllum, sum ikki eru undir verju og umsorgan Guds. Fyri at fremja sítt egna endamál, vil hann geva nøkrum framburð og øðrum óeydnu og vanlukkur. Samtíðis færSatan fólk at hugsa so skeivt, at tey halda tað vera Gud, sum plágar tey.

Samstundis at Satan vísir seg sum hin stóri læknin, spjaðir hann sjúkur og vanlukkur. Stórir býir liggja í oyði og hann arbeiðir hvønn tíma alla vikuna. Hann elvir til vanlukkur á sjógvi og landi, eldsbrunar, melduródnir, orkanir, vatnflóðir, syklonir, flóðaldir, jarðskjálvtar, øgilig heglingsæl osv. Satan fremur sítt vald allastaðirá túsund hættir. Hann spillir kornskurðar og ger hungursneyð og vesaldóm. Hann dálkar luftina og spjaðir epi- og pandemiir, sum óteljandi doyggja av. Hesar plágur koma støðugt oftari við størri oyðing. Bæði fólk og fæ týnast. “Jørðin syrgir og følnar burtur; hinir mætu millum fólkini á jørðini ørmaktast. Tí jørðin er vanhalgað undir teimum, ið á henni búgva; tey hava brotið lógirnar, vent rættinum við, brotið hin æviga sáttmála.”

Eftir hetta vil stóri lygnarin sannføra fjøldina um, at tey, sum tæna Gudi, eru orsøkin til allar vanlukkurnar. Og tey, sum veruliga hava evlt til vreiði himmalsins, fara tá at leggja ábyrgdina á hini, sum hava verið lýðin ímóti boðum Guds, tí lýdni teirra hevur verið ein áhaldandi drúgv ákæra ímóti lógbrótarunum. Sagt verður, at fólk gera Gud firtnan við ikki at halda sunnudag, og at tað er hendan syndin, sum er orsøkin til allar vanlukkurnar – og, at tær ikki steðga fyrr enn øll eru noydd til at halda sunnudagin heilagan. Sagt verður eisini, at tey, sum seta fram kravið frá fjórða boði, spilla virðingina til sunnudagin. Tey eru syndaplága fólksins, og forða øðrum til at endurvinna tokka Guds til verðsligan framburð.

Á hendan hátt verða skuldsetingarnr endurtiknar, sum tað í gomlum døgum varð gjørd ímóti tænarum Guds. Og hesin háttur er líka ógrundaður nú, sum táið Akab fekk eyga á Eliasi, og segði: ”Er tað tú – tú, sum fært vanlukku at koma yvir Ísrael?”Men hann svaraði: “Tað eri ikki eg, ið havi fingið vanlukku at koma yvir Israel, nei, tað er tú og ætt tín, tit sum hava vent Harranum bakið og halda tykkum til bá´alarnar.”4Táið vreiði fólksins er vaknað við følskum ákærum, verður farið við tænarum Guds á sama hátt, sum fráfalna Ísrael fór við Eliasi.

Mátturin, sum er í undrunum, staðfestir eina virkna spiritismu, og hann fer at gera sína ávirkan galdandi ímóti øllum, sum velja at vera Gudi lýðin meira enn monnum. Boð frá hesum spiritistisku andunum vilja vera við, at tað er Gud, sum hevur sent teir fyri at sannføra um, at tey, sum vraka sunnudagin, eru villleidd. Og andarnir siga eisini, at landsins lógir eiga at vera aktaðar eins væl og Guds lógir – (Ógjørligt við andsøgn! Tá geldur Áp 5,29, men romakirkjan hevjar seg oman fyri Bíbliuni. Tað er hesin andin, ums.) Andarnir látast at harmast allan óndskapin, sum heimurin er fullur av, og stuðla samkomu- og kirkjuleiðarum, sum siga tað vera vanvirðing av sunnudegnum, sumer orsøkin til alla ta vánaligu moralsku støðuna. Stór vreiði verður tá vend ímóti teimum, sum ikki góðtaka ta áskoðanina.

Tey bíbliutrúgvu verða ákærd
Framferð Satans í síðsta bardaganumímóti fólki Guds er hin sama, sum nýtt varð í Himli. Har spældi hann at vilja tryggja tað guddómligu stýrið, ímeðan hann í loynd gjørdi alt fyri at kollrenna tað. Og so ákærdi hann teir trúføstu einglarnar fyri tað, sum hann sjálvur royndi at gera. Hendan sama svikafulla framferðin hevur eyðkent katólsku romakirkjuna.Hon hevur givið seg út fyri at vera avloysari Guds á jørðini, men hon hevur hevjað seg upp um Gud við at loyva sær royndina at broyta lóg hansara - “.... hon skal hava í huga at broyta tíðir og lóg...” (Dán 7,25).

Tey, sum vórðu blóðvitnir fyri trúskap ímóti evangeliinumundir harradømi romakirkjunnar, lýsti honfyri lógbrótarar. Sagt varð, at tey vóru í felag við Satan, og roynt varð á allan hugsandi hátt at sverta tey, soleiðis at tey í eygum fólksins – ja, enntá í egnum eygum – skuldu upplivast til ringastu brotsmenn. Soleiðis fer eisini at ganga í síðsta bardaganum, tá Satan vil týna tey, sum æra lóg Guds, men fær tey ákærd at bróta hana og sigur um sínar tænarar, at tey vanæra Gudog bera dómar Guds á heimin.

Gud noyðir hvørki viljar ella samvitskur. Men Satan nýtir noyðslu at fáa vald á teimum, sum hann ikki fær villleitt og lokkað. Hann nýtir eisini ótta til at tryggja sær valdið á samvitskuni. Og hann virkar bæði um kirkjuligar og verðsligar myndugleikar. Teir fær hann at smíðja lógirbeint ímóti lóg Guds fyri at røkka síni harðræðis mál.

Tey, sum halda sabbatin, verða fordømd og skýrd fíggindar av lóg og landaskili. Tey haldast at bróta niður landsins moralsku mørk, og at vera orsøkin til alt lógloysi og rot. Eisiniskuldsetast tey at boðsenda dóm Guds yvir jørðina.Samvitskugerð teirra, við at halda sabbatin, verður kallað treiskleiki og vanvirðing fyri myndugleikunum. Tey skuldsetast tískil nú fyri at vera fíggindar til landsins stýrið. Og prestar nokta gildinum av guddómligu lógini. Frá prædikustólum røða teir skyldunatil at lýða landsins myndugleikar sum Gud hevur boðað.Og frá lóggevandi tingum og í rættarhølum, verða tey, sum halda boðini, sett í skeivt ljós og dømd. Orðini verða snarað og allar ætlanir teirra verða lagdar undir alt ilt.

Nú tær protestantisku kirkjurnar vraka Skriftsins greiðu grundir, til at verja lóg Guds, eru tær fúsar eftir at fáa tey at tagna, hvørs trúgv teir ikki við Bíbliuni fáa vikað av leið. Blindaðir, og uttan at tað var ætlanin, fara tær nú á hatursleið til eina jagstran av teimum, sum samvitskufult nokta at gera tað, sum meginparturin av kristna heiminum ger, nevniliga at góðkenna kravið um at halda pávaliga hvíludagin.

Tey høgt settu hjá kirkju og landi taka seg nú saman at mutra, yvirtala ella at noyða allar samfelagsstættir til at halda og æra sunnudagin. Men nú hin guddómligi myndugleikin manglar, seta teir í staðin kúgandi almennar viðtøkur í verk. Politiskt ósmædni spillir kærleikan til rættvísið og virðinginaav sannleikanum. Fyri at tryggja sær vælvild fjøldsins, fara myndugleikar og lóggevarar, at útinna fólksinskravvið at áleggja sunnudagshaldið og tað hendir enntá í tí frælsa Amerika,.

Samvitskufrælsið, sum kravdi so stór offur, verður nú ikki virt. Og undir komandi bardaga fara vit at síggja hesi profetisku orðini uppfylt: “Drekin varð vreiður við kvinnuna og fór avstað at berjast við hini av avkomi hennara, tey, sum halda boð Guds og hava vitnisburð Jesusar.”