Bardagin Mikli kapitel 37. Fra side 593tilbage

Einasta trygga verjan

“Til Orđiđ og Vitnisburđin!” ? Siga tey ikki so, hettar fólkiđ, sum ongan morgunrođa hevur, so.....”1(Til Jóh 1:1-3 og 2 Mós 25:16 ....)Gud vísir fólki sínum á seg sjálvan og á bođini, á Skriftina, til verju ímóti fřlskum profetum og illum andum. Satan ger alt fyri at forđa góđan bíbliukunnleika, sum vil avdúka hansara svik. Altíđ, táiđ nýtt lív er kveikt í Guds verk, verđur Satan enn virknari. Og nú kýtur hann seg av řllum alvi til síđsta bardagan ímóti Kristusi og fólki hansara. Skjótt fara vit at síggja tey síđstu stóru svikini. Beint fyri eygum okkara vil Antikrist gera so ótrúlig undur, at uttan Bíbliunnar hjálp ber ikki til at skilja millum munin á rřttum og rangum. Vitnisburđir hennara skulu vísa okkum trúvirđiđ í allari talu og í hvřrjum undurverki.

Fariđ tí út og geriđ řll fólkaslřg til lćrusveinar, doypiđ teir til navn Fađirsins, Sonarins og heilaga Andans, og lćriđ tey at halda alt, iđ eg havi bođiđ tykkum! Og eg eri viđ tykkum allar dagar, líka til enda tíđarinnar.•Matt 28,19-20• “Óttist Gud, og geviđ honum dýrd! Tí dómstími hansara er komin; tilbiđiđ hann, sum hevur gjřrt himmalin, jřrđina, haviđ og vatnkeldurnar!” •Op 14:

Á Orđsins kletti
Řll, sum royna at halda bođ Guds, fáa mótstřđu og verđa spottađ. Tey standa bert ímóti viđ Guds hjálp. Fyri at vinna á komandi royndum, er neyđugt at skilja vilja Guds, soleiđis sum hann opinberast í orđinum. Tađ ber einans til at ćra hann rćtt viđ at kenna lyndiđ, stýrislagiđ og ćtlanir hansara, og at liva eftir hesum kunnleika. Bara tey, sum styrkja sinniđ viđ Bíbliunnar sannleikum, fara at standa seg í hesum síđsta bardaga. Řll mřta stóra spurninginum: “Skal eg lýđa Gudi meir enn monnum?” (Ap 5,29)Avgerandi lřtan kemur skjótt. Standa vit fřst á orđsins klettagrund? Megna vit at standa ímóti og at verja bođ Guds og trúnna á Jesus?

Vćl innan krossfesting segđi Frelsarin ápostlunum, at hann skuldi doygga og rísa aftur. Og beint eftir himmalferđina stóđu einglar og festu vónina í hjřrtu og sinn teirra, at hann kemur aftur á sama hátt sum hann fór til Himmals. Men ápostlarnir hřvdu vćntađ eina útfrían viđ valdi úr okinum frá Rom. Teir orkađu ikki tankan og fortrongdu, at hann, sum allar vónir savnađu seg um, vanćruliga skuldi doyggja.Tey orđini, sum teir mest av řllum áttu at havt minst til, vóru heilt gloymd og í royndarlřtuni stóđu teir ófyrireikađir. Deyđi Jesusar legđi allar vónirnar í oyđi, so ein skuldi trúđ, at teir einki hřvdu fingiđ at vita áđrenn.

Spádómar eru eisini latnir okkum fyri framtíđina nú, og eru teir eins týđuligir og álítandisum Jesu orđ vóru opin og álítandi tilápostlarnar um deyđan og uppreisnina. Hendingar, sum knýttar eru til endans royndartíđ og fyrireikingar til tćr eru týđuliga og klárt kunngjřrdar.Men fjřldin fatar líka lítiđ hendan týđandi sannleikan nú, eins og hann ongantíđ var opinberađur. Og Satan er altíđ á varđhaldi at lofta og spilla hvřrt eitt árin, sum kundi leitt tey,“at gerast vís til frelsu viđ trúnni á Kristus Jesus.” (2 Tim 3:15) Og soleiđis vil hann, at tey í trongdartíđini skulu standa ófyrireikađi.

Nú Gud gevur mannaćttini so álvarsamar ávaringar, at hann sendir heilagar einglar at flúgva mitt uppi undir himmalhválvinum til tess (Op 14:6-12), krevur hann avgjřrdur, at řll, sum eiga vit og skil, skulu geva bođskapinum ans og gera eftir bođunum. Rćđuligi dómurin, iđ rakar řll, sum tilbiđja djóriđ og mynd tess,átti at fingi řll viđ ídni at sett seg inn í spádómarnar fyri at skilja, hvat djórsins merki er fyri nakađ, og hvussu tey sleppa undan tí á seg. (Eingin neutral 3. loysn er til. Antin taka fólk merkiđ ella ikki!)

Men fjřldin lurtar ikki eftir sannleikanum – tey lurta ikki eftir Jesusi - og heldur seg til samanpentađi skvaldur. Paulus skrivađi soleiđis um síđstu tíđina: ”Tí tann tíđ skal koma, táiđ tey ikki vilja vita av hini heilnćmu lćru.”2Hendan tíđin er komin! Fleiri og fleiri vilja ikki kennast viđ Bíbliuna. (Undan jólum 2021 varđ Bíblian niđrađ av Tingsins rřđarapalli nakađ soleiđis: “Vit vilja ikki lata okkum diktera, tí okkurt er skrivađ í onkrari gamlari bók.”Algildanin ímóti Bíbliuni var undir máli kentsum “sammřđur”, ums.)Tey brýggja seg ikki um Bíbliunnar lćru, tí hon fer ímóti hjartans syndigu tráan, og Satan er skjótur at fáa til vega allar snaringarnar, sum tey elska.

Men Gud skal eiga eitt fólk, sum heldur fast viđ Bíbliuna og Bíbliuna eina sum leiđreglu fyri alla lćru og avgjřrda střđiđ fyri hvřrjari broyting til eina trúbót. Meiningarnar frá teimum lćrdu, vísundaligar niđurstřđur, trúarjáttanir og avgerđir frá hákirkjuligum ráđstevnum, so nógvar í tali, so ymiskar og so ósamdir. Tađ gevur at bíta allar trúarflokkar, sum viđ meirilutans rřdd gera prógv fyri ella ímóti einari trúarlćru. Men áđrenn vit góđtaka nakađ til prógv fyri trúđarlćru ella fyriskipan, eiga vit altíđ fyrst krevja eitt greitt “so sigur Harrin” fyri at kunna taka undur viđ henni.

Er verđsliga yvirvřldin álitiđ?
Satan roynir alla tíđina at leiđa áhugan ímóti manni heldur enn Gud. Hann fćr fólk at síggja biskuppar, prestar og professarar í gudfrřđi sum vegleiđarar, heldur enn sjálv at lesa Bíbliuna, og har at stađfesta sínar skyldur. Viđ at hava tamarhaldiđ á sinnalagi leiđaranna, ávirkar og fjřtrar hann fjřldina sum honum lystir.

Táiđ Kristus talađi orđ lívsins, lurtađu fólk viđ gleđi, og mong trúđu, eisini prestar og ráđharrar. Men hřvuđspresturin og ovastu fólksins vóru avgjřrdir at fordřma lćruna. Uttan úrslit royndu teir av řllum alvi at finna okkurt at ákćra hann fyri og hóast teir kendu afturguddómliga vísdómin og kraftina í orđum hansara, so tvíhildu teir um fordómar sínar. Teir vístu frá sćr greiđastu prógv um, at hann var Messias, tí annars hřvdu teir eisini skula giviđ seg undir til lćrusveinar hansara.

Hesir fíggindar Jesusar vóru menn, sum fólkiđ frá barnsbeini av hevđi lćrt seg at virđa, og tey vóru von viđ at boyggja seg treytaleyst fyri teimum.”Hvussu ber tađ so til,” spurdu tey, “at ráđharrar okkara og teir skriftklóku ikki trúgva Jesusi? Vildu hesir góđu menn ikki trúđ honum, um hann veruliga var Kristus?”Tađ var ávirkanin frá hesum leiđarunum, sum fekk jřdiska fólkiđ sum eina tjóđ at vraka Frelsaran.

Sami andin, sum eggjađi hesar prestar og ráđandi í Ísrael, virkar enn innan starvandi, sum eru lřntir fyri at breiđa gudsótta út. Tí nokta teir eisini at granska serliga vitnisburđin, sum er fyri teirra egnu samtíđ í Skriftini. Í stađin gera teir vart viđ hvussu nógvir, hvussu ríkir og hvussu vćl lýddir teir eru; og síggja síđani vanvirđandi niđur á tey, sum stríđast fyri sannleikanum, sum eru fáment, fátřk og illa lýdd viđ einari trúgv, sum skilir seg út frá heiminum.

Kristus visti, at óheimilađa myndugleikatřkan, sum skriftklókir og farisearar útintu, ikki fór at halda uppat aftaná spjađing Jřdanna. Í forsjónini sá hann tilgongdina viđ at hevja myndugleikar manna til harra samvitskunar, sum veriđ hevur ein so rćđulig forbanning hjá kirkjuni í allar řldir hennara. Fordřming Jesusar av teimum skriftklóku og farisearunum var ein ávaring til fólkiđ, um ikki at fylgja sínum blindu leiđarum, og tađ varđ síđani skrivađ niđur sum ein áminning til komandi ćttarliđ.

Romakirkjan vil vera viđ, at einans hennara prestar skulu tulka Skriftina. Grundgevingin er, at einans teir eru fřrir fyri at greina orđ Guds. Og tí er tađ hildiđ aftur frá vanliga fólkinum. (Krógvađi tađ at dylja egnar misnýtslur / mistulkanir, ums.)

Hóast trúbótin gav řllum eina opna Bíbliu, so forđar tann sama grundreglan, sum katólskir talsmenn hildu uppi, eisini mongum limum í protestantiskum kirkjum til sjálv at granska Bíbliuna. Mong siga: “Prestur veit best – og tíhvíli eg í.”Tey verđa lćrd at taka ímóti orđi Guds og lćruni, soleiđis sum kirkjan tulkar hana. Fólk í túsundatali tora ikki at trúgva nřkrum, sumer í stríđ viđ hesa lćru, líkamikiđ hvussu týđuliga Skriftin annars talar ímóti, og eina ađra lćru.

Hóast Bíblian aftur og aftur ávarar ímóti fřlskum lćrarum, lata mong sálina í prestsins varđveitslu. Í túsundatali av játtandi kristnum duga ikki at greiđa frá, hví tey trúgva ávísum lćrum. Einasta grundgevingin er, at “soleiđis lćrdu vit tađ frá prestinum.” Tey kenna lítiđ til lćru Jesusar, men orđ prestanna hava tey fult álit á. Eru prestar tá lýtaleysir? Hvussu kunnu vit lata sál okkara upp í hendur teirra, um vit ikki av orđi Guds vita, at teir bera tess ljós rćtt? Vćntandi moralsk dirviđ til at rýma av tí fyrislóđađu rás heimsins, fćr mong at ganga í fótaspor teirra lćrdu. Tey sita fřst í mótviljanum til at kanna tađ sjálv og sita tí eisini vónleyst leinkjađi til villu

Tey síggja vćl, at sannleikin fyri okkara tíđ er greiđur í ljósi Bíbliunnar, og kenna mátt heilaga Andans í yvirlýsingini. Kortini loyva tey mótstřđu prestanna at snara seg burtur frá ljósinum. Hóast sannfřring í skynsemi sínum, so tora hesar villleiddu sálir ikki at hugsa řđrvísi enn presturin. Persónliga avgerđin í ćvinleikans áhugamáli verđur ofrađ fyri áskođan hinna vantrúgvu, erpnu og fordómsfullu.

Satan virkar ymiskliga ígjřgnum menniskjuni at ávirka og tvíhalda um fangar sínar.Hann fćr fólk í túsundum á sína síđu viđ at binda tey viđ silkibandi kćrleikans til slík, sum eru fíggindar at krossi Krists. Um tađ so snýr seg um foreldur, břrn ella hjúnafelaga, so verđur úrslitiđ tađ sama.Sannleikans mótstřđufólk nýta altíđ vald til at ráđa yvir samvitskum teirra, sum eru ófrćls undir valdi teirra – og ikki hava tađ neyđuga dirviđ og sjálvsálitiđ til at akta sína egnu sannfřring um skyldur sínar.

Eingin umbering er tá eygu og oyru virka
Bíbilski sannleikin og tađ, at ćra Gud, hoyra óloysiliga saman. Viđ Bíbliuni í nánd og tikin í álvara, er tađ ógjřrligt at ćra Gud ósamsvarandi. Mong vilja vera viđ, at hvat eitt menniskjađ trýr, er líkamikiđ, bara tey liva heiđurligt og reiđiligt lív. Men trúgvin formar og ávirkar altíđ lívsfřrsluna. Um ljós og sannleiki eru til taks, og vit ikki nýta hřviđ til at skođa ljósiđ og at hoyra sannleikan, tá vraka vit í veruleikanum bćđi tvey, og velja myrkriđ heldur enn ljósiđ.

”Mong leiđ tykist manninum rřtt – og so er endi hennara kortini leiđir deyđans!”3Ókunnleiki er eingin undanfřrsla fyri villleiđing og synd, tá hřvini eru rík at fáa Guds vilja at kenna. Táiđ ein ferđandi til dřmis kemur til vegamót, har fleiri vegir koma saman, og eitt skelti sigur hvar hvřr vegur fer. Um tann ferđandi tá ikki skettar á skeltini, men bara tilvildarliga velur ein av vegunum, kann skjótt verđa fariđ skeiva leiđ uttan mun til hvussu erligur og reiđiligur hann er.

Gud veitti Skriftina fyri at vit av lćruni skulu kunna seta okkum inn í ynskir og krřv Guds. Tá ein skriftlćrdur spurdi Jesus: “Hvat skal eg gera, fyri at eg kann arva ćvigt lív,” vísti Frelsarin á Skriftina og spurdi:”Hvat er skrivađ í lógini? Hvussu lesur tú?”4Skriftin lćrir eisini her, at tvřrrandi kunnleiki umber ongan, hvřrki ungan ella gomlan og bjargar ongum frá revsing fyri at bróta lóg Guds. Givin er greiđ framlřga av grundreglum og krřvum lógarinnar. Tađ er ikki nokk viđ góđum vilja og nógvum ćtlanum, iđ stýrdar verđa eftir, hvat prestar og onnur siga vera rćtt. Sálin er í vága fyri týning og ein má sjálv/ur granska Skriftina. Uttan mun til sterku sannfřringina ella vissuna um, at prestur lćrir alt rćtt, so er hann skeivi grundvřllurin, tí ein syndigur prestur er ikki grundvřllurin. Hann hevur Bíbliuna, sum vísir allar vegirnar, men hví lata hann ella onnur siga sćr vegin til Himmalin uttan sjálv at sketta til “vegaskeltiđ”, Bíbliuna. Ein eigur ongantíđ at leggja sína leiđ í annara hond ella at gita seg fram á leiđ.

Skattakista Bíbliunnar
Tađ er skylda okkara at leita eftir sannleikanum í skattakistu Skriftsins, og at liva í hennara ljósi řđrum til fyrimyndar og eggja teimum at leita sama stađ. Vit eiga hvřnn dag ágrýtin at lesa í Bíbliuni, viga hvřnn tanka og samanbera petti fyri petti.Vit skulu viđ Guds hjálp gera okkara egnu fatan, tí vit skulu sjálv standa til svars fyri Gudi.

Sannleikar í Bíbliuni, sum eingin ivi kann vera um, hava menn flřkt og kámađ, og frálćra síđani sítt egna “bábylon”, ímeđan teir látast at vera vísir og siga, at Skriftin er loyndarfull. Ja, so loynilig í týdningi, at lćran ikki framgongur av sjálvum orđunum, iđ brúkt eru, men av onkrum gátufřrum handan orđini. Hesir menn eru falskir lćrarar. Tađ var um slíkar, at Jesus segđi:”Er tađ ikki av teirri grund, at tit fara villir, at tit hvřrki kenna skriftirnar ella Guds mátt?”

Bíblian skal skiljast beint fram svarandi til skrivađu orđini, uttan so, at nýtt eru symbol ella myndir. Kristus sjálvur hevur giviđ hetta lyftiđ:”Vil nakar gera vilja hansara, skal hann fáa at síggja, um lćran er av Gudi, ella eg tali av mćr sjálvum”6Um fólk bara vildu lisiđ Bíbliuna beint fram, og eingir falskir bođberar leiddu tey inn á krókavegir, at gera tey í řrviti, so kundi nógv gott veriđ gjřrt, sum vildi glett einglarnar, og fingiđ fólk í túsundatali, iđ nú reika runt í villing, at komi aftur í fylgi Krists.

Vit eiga at nýta řll vitborin evnir, tá vit granska Bíbliuna og kýta okkum alt vit kunnu – so vítt gjřrligt fyri deyđilig – at skilja dýbdir Guds. Samstundis eiga vit ikki gloyma lćrihugin eins og hjá břrnum, tí eyđmjúkleiki teirra er rćtti hugburđurin í allari tilgongd at lćra. Vit eiga ikki meta spurningar og ivamál í Skriftini á sama hátt sum tađ var heimspekiligar spurningar. Vit skulu ikki fara undir sjálvklóka gransking í Bíbliuni, soleiđis sum mong granska á vísunda řkinum, men fara til verka eyđmjúk undir břn og í fullum áliti á Gud. Ynskiđ um at fáa vilja hansara at vita, má vera av hjarta og inniligt, um vit skulu koma at kenna tann mikla EG ERI! Annars vilja óndir einglar káma evnini til at hugsa klárt og forherđa hjartađ, soleiđis at sannleikin ikki rínur viđ.

Bulvirkiđ ivans
Mong střđ í Bíbliuni, sum lćrd siga torskild og loynifull ella bara leypa um sum týdningarleys, eru mangan full av troyst og vegleiđing fyri tey, sum lćrd eru í skúla Krists. Ein orsřkin til, at nógvir gudfrřđingar ikki hava eina greiđari fatan av orđi Guds, er hon, at teir lata eyguni aftur fyri sannleikunum, sum teir ikki hava hug til at liva eftir. At skilja sannleikar Bíbliunnar er minni tengt at skynseminum enn at viljanum til í falsloysi at rřkka á mál í inniligum persónligum longsli eftir rćttvísi.

Bíblian eigur at verđa granskađ undir břn. Bara heilagi Andin fćr okkum til at kenna týdningin í stóru sannleikunum, sum tá verđa lćttir at skilja. Og bara hann fćr forđađ okkum í at gera tađ flřkt. Tađ er arbeiđi hjá himmalskum einglum at fyrireika hjřrtu okkara til at skilja Guds orđ soleiđis, at vit verđa hugtikin av tí vakra, síggja ávaringarnar og ernast í lyftunum.Vit eiga at gera břn Sálmaskaldsins til okkara břn: ”Lat upp eygu míni, so eg kann skođa alt hitt undirfulla í lóg tíni.”

Tíđum stendst ikki ímóti freistingini, tí hin freistađi gloymdi at biđja og lesa í Bíbliuni. Hann mintist ikki lyftir Guds og var illa fyri at mřta Satan viđ Bíbliuni í hond. Men einglar fylgja teimum, iđ fegin vilja lćra, og tá neyđin er stórst, hjálpa teir okkum at minnast júst á tann sannleikan, sum okkum třrvar.”Táiđ fíggindin herjar á sum streymur, skal Andi Harrans reka hann burtur.”

Ljósiđ í gerandisdegnum
Jesus lovađi tćnarum sínum hesa hjálp:”Talsmađurin, heilagi Andin, sum Fađirin skal senda í navni mínum, skal lćra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum eg havi sagt tykkum.”(Jóh 14:26 er ćkvivalent = javngilt Job 33:23) Men lćra Krists má fyrst liggja í minninum, so at Andi Guds kann finna hana fram í neyđarlřtuni:”Eg goymi orđ títt í hjartanum, fyri at eg skal ikki synda ímóti tćr.”

Vit skulu ikki sáa iva
Řll, sum virđa tađ ćviga áhugamáliđ, eiga at vera vakin og tilbúgvin fyri iva, sum kann raka bćđi knappliga og oyđandi sum eitt stórt skriđulop. Sjálvar grundsúlur sannleikans eru fyri álopum av líka křvandi slagi. Ikki slepst undan spottan og glósan frá sofistum, lúnskum og rotfongdum lćrarum, sum umbođa nútíđar vantrúgvandi.

Satan tillagar freistingar til hvřnn stćtt sćr. Hann leypur á ólćrd viđ niđrandi skemti og háandi viđmerkingum, men á tey lćrdu viđ vísundsins atfinningum og heimspekis hugsanum, sum skulu vekja iva og sáa vanvirđing fyri Bíbliuna.

Eisini ófest ung ditta sćr at sáa iva um kristindómsins grundstřđir. Hendan ungsinta vantrúgv, hvussu ung hon enn er, hevur týdning. Mong verđa lokkađ at gera gjřldur úr trúgv fedranna og at vanvirđa anda náđinnar.

Mangt eitt líviđ, sum var lovandi at verđa Gudi til ćru og ein signing fyri heimin, er vorđiđ soppaspilt av fráfalsins rákum.Řll, sum líta á egiđ skynsemiđ og úrslit menniskjans, og sum billa sćr inn, at tey kunnu greina guddómligar loynidómar, og finna sannleikan uttan hjálp í vísdómi Guds, verđa fangađ í snarum Satans.

Vit liva í sřgunnar hátíđarligasta skeiđi, tí lagnan hjá ‘óteljandi’ íbúgvum jarđar síđandi Adam verđur nú avgjřrd. Framtíđar vćlferđin og frelsa hins einsataka er tengd at tí vegi, sum vit stremba eftir ogvilja ganga. Og her skulu vit lata okkum leiđa av sannleikans Anda. Řll kristin eiga at spyrja: “Harri, hvat ynskir tú at eg skal gera?”Vit mugu eyđmýkja okkum fyri Gudi, fasta og biđja -umframt grunda nógv yvir Bíbliuna, og serliga yvir teir partarnar, sum viđkoma dóminum. Nú er lřtan at seta seg vćl inn í alt Gudi viđkomandi. Eingin tíđ má fara spillis. Tilburđir av střrsta týdningi henda kring okkum beint nú. Vit ganga á gandađari grund, sum Satan hevur gandađ. Soviđ ikki, vaktarmenn Guds! Fíggindin liggur og lúrir í nánd. Og í somu lřtu at tit mřđast og sovna, er hann til reiđar at herja á fyri at gera sín fong.

Leiđreglan er Bíblian eina
Mong eru lumpađ til at halda seg hava góđ viđurskiftir viđ Gud.Tey gleđa seg yvir tćr óndu gerđirnar, sum tey ikki gera, men gloyma tćr hásintu gerđirnar, sum Gud krevur av teimum, men eru misrřktađar.

Tađ er ikki nóg mikiđ at vera gróđursettur sum eitt trć í urtagarđi Guds. Ein eigur eisini at lúka ynski hansara um at bera ávřkst. Hvřr einstakur skal svara fyri tađ góđa, sum viđkomandi kundi havt gjřrt undur náđi hansara, men ikki fekk gjřrt.

Í Himmalsins bókum stendur, at tey gjřrdu jřrđini ógagn.10 Men kortini er máliđ ikki vónleyst. Gud er tolin. Miskunnsami og elskandi Gud kallar alla tíđina á tey, sum hava lítilsvirt og skúgvađ burtur bćđi miskunn og náđi. Tađ eitur jú: ”Vakna, tú, iđ svevur, og rís upp frá hinum deyđu, so skal Kristus lýsa tćr!” ... ”Aktiđ tí vćl eftir, hvussu tit liva, .... so tit brúka ta lagaligu lřtuna, tí dagarnir eru óndir.”

Táiđ royndarstundin er komin fer at síggjast, hvřrji gjřrdu orđ Guds til sína lívs leiđreglu. Um summari síggja vit lítlan mun á vetrargrřnum trřum og á řđrum trřum, men táiđ vetrarstormarnir ýla, eru tey vetrargrřnu óbroytt, ímeđan hini missa leyviđ.Á sama hátt er ilt at síggja munin á sonnum og á fřlskum kristnum í summar góđveđri, men út á heysti verđur munurin sera týđuligur. Tá fer alt at ganga ímóti, fanatisma og ótolsemi at blóma. Mong lunkađi og hyklarar missa tá mótiđ og svíkja trúnna, men tey sonnu kristnu fara at standa óvikandi sum fastir klettar, trúgvin styrknar og vónin verđur enn bjartari enn á hinum summardřgunum í viđgongd.

Sálmaskaldiđ skrivađi: “Eg eri vorđin klókari enn allir lćrarar mínir; tí eg grundi á vitnisburđar tínar.” ... ”Av bođum tínum fái eg vit; tí hati eg hvřrja lygigřtu.”12

...”Sćlur er tann, sum hevur funniđ vísdóm.” ...”Hann skal vera líkur trći, iđ er plantađ viđ vatn og toyggir út rřtur sínar viđ lřk, sum ikki óttast, táiđ hitin kemur, men altíđ ber grřn blřđ, sum ikki syrgir í turrum árum og ikki gevur uppat at bera ávřkst.”