Bardagin Mikli kapitel 38. Fra side 603tilbage

Sķšsta įminningin

“Sķšani sį eg annan eingil koma nišur av Himli; hann hevši stórt vald, og jųršin lżstist upp av dżrd hansara. Hann rópti viš veldigari, haršari rųdd: Fallin, fallin er Bįbylon hin stóra! Hon er voršin bśstašur ilra anda, fangahśs alskyns óreina og višurstyggiliga fugla.”. . . “Eg hoyrdi ašra rųdd śr Himli; hon segši: »Fariš śt śr henni, fólk mķtt, so tit hava ikki lut ķ syndum hennara og verša rakt av plįgum hennara!«

Fariš śt śr ”Bįbylon”
Omanfyri skriftorš vķsir til somu tķš og endurtekur bošini um fall Bįbylons frį ųšrum eingliķ Op 14 (vers 8).Men ķ Opinberingini 18 eru spillurkomnar afturat ķ skipanunum, sum Bįbylon fevnir um. Tęr eru sķšani ‘annan einglabošskapsins’ byrjan ķ 1844nevndar Bįbylon. Sagt er frį ręšuligum standi ķ trśarheiminum. Og so hvųrt at sannleikar verša vrakašir, versna sinn og hjųrtu. Tey verša so hųrš, at fólk uttan afturhald vįtta seg gudloysingar ķ felagsskapi.

Ķ treiskni og uttan viršing fyriGuds oršs įvaringum, halda tey fram at bróta serliga eitt av 10 bošunum, inntil tey eisini vilja jagstra tey, sum halga seg at halda ųll. Tey lķtilsvirša Kristus og vanvirša bęši orš og fólk hansara. So hvųrt at kirkjur góštaka spiritismunnarlęru, hvųrva tey tįlmandi bondini, sum lųgd vóršu į holdsliga hjarta – og trśarjįttanin gerst nś bert ein kįpa til at fjala andstyggiligastu misgeršir aftan fyri.Trśgvin į spiritistiskar manifestatiónir letur upp fyri dįrandi andum og devulsettum lęrum, sum óndir einglar gera sęr dęlt av ķ hesum kirkjunum.

Um Bįbylon til hesa tķšina er skrivaš:”Tķ syndir hennara rųkka lķka upp til himmals, og Gud hevur minst óręttvķsi hennara.”. . . “hon hevur fylt sķtt syndabikar, og revsingin vil skjótt raka hana.” Men Gud hevur enn eitt trśfast fólk ķ Bįbylon, og tey verša kallaši śt innan revsidómarnir falla į Bįbylon, ”so tey hava ikki lut ķ syndum hennara, og verša ikki rakt av plįgum hennara.”Tķ kemur hendan rųrslan, sum er ķmyndaš viš eingli mitt uppi undir himlinum, at upplżsa jųršina viš sķnari dżrd, bošandi syndir Bįbylons og viš haršari rųdd at rópa:”Fariš śt frį henni, fólk mķtt!” Hesin bošskapurin fer at ljóša samstundis viš ta sķšstu įminninginaum tann trišja einglabošskapin til ķbśgvar jaršarinnar (Op 14,9-12).

Andstųšan til Guds lóg
Ein ręšulig lagna fer at heimsųkja alla jųršina. Ųll heimsins veldir taka seg saman ķ strķšnum til at ógilda boš Guds og kraviš er, at “ųll, bęši smį og stór, rķk og fįtųk, fręls og tręlir,” skulu akta aldargamla sišin hjį kirkjuni, at halda eftirgerš sabbatsins.

Ųll, sum nokta at semja seg viš taš, verša dųmd revsing eftir borgarligari lóg, og til sķšst yvirlżst til at hava uppiboriš deyšan. Hin vegin įleggur lóg Guds ųllum at njóta hvķludag Skaparans. Krav Guds er lżdni og vreišin fyri ólżdni hóttir ųll, sum bróta nakra fyriskipan ķ lóg hansara.

Tį taš nś er gjųrt ųllum greitt, hvat mįliš snżr seg um, taka tey djórsins merki į seg, sum bróta lóg Guds fyri heldur at halda seg til mannaboš. Tey prógva sķn trśskap til eitt veldi į jųršini (Vatikanstatin +), heldur enn at vera Gudi lżšin. Įminningin av Himli hevur ljóšaš, at “tilbišjur onkur dżriš og mynd tess – tekur merkiš į pannuna ella į hondina, so skal hann drekka av vreišivķni Guds, sum óblandaš er skonkt ķ vreišibikar hansara.”

Men eingin kemur undir vreišina innan at hava skilt sannleikan og vraka hann. Mong fingu ikki hųvini, at hoyra serligu sannleikarnar fyri okkara tķš (Op 14:6-12). Kraviš um eisini at vera 4. boši lżšin, varš ongantķš sagt teimum ķ rętta ljósinum. Hann, sum lesur hvųrt hjarta og sęr allar tilelvanir, vil ikki lata nakran vera villleiddan um bardagan mikla, sum veruliga vil kenna sannleikan. Eingin skal ķ blindni verša noyddur at fylgja bošnum. Ųll fara at fįa nóg mikiš kunnaš til at kunna gera sķtt egna vęl umhugsaša val.

Sabbaturin veršur stóra trśarroyndin, tķ hann er mest umstrķddi sannleikin.Tįiš fólkmųta endaligu royndini veršur greitt mark millum tey, sum tęna Gudi og tey, sum ikki tęna Gudi (Matt 7:21-23).

Haldiš av sunnudegi, eftirgjųrda hvķludegnum komin ķ lóg landsins, sum ikki samsvarar 4. boši, vrakar tķ einasta heimilaša Lóggevara til hesi višurskiftir (Jįk 4:12), og er tį ein trśskaparvįttan til taš valdiš, sum er ķmóti Skaparanum.

Hinvegin er taš, at halda hin sanna sabbatin (leygardag, sólsetur til sólsetur) ķ lżdni móti lóg Guds, eitt prógv um trśskaparviljan til Skaparan. Ķmešan nųkur velja djórsins merki, tekiniš um at geva seg undir jaršiska valdiš til jśst taš mįliš, skulu hini, iš geva seg undir tann veruliga guddómliga myndugleikan, fįa innsigli Guds.

Eitt heimsfevnandi val
Enn hava tey, sum boša sannleikarnar frį ‘trišja’ eingli (Op 14,9-12+), mest veršiš sęšsum vanlukkuprofetar.(Handrit William Heinesens - “Den yderste tid” –nemur nokk slķkar trśbošarar ķ Fųroyum ķ 20. ųld? ums.)Forsųgnir um at trśarligt ótolsemi vilstinga seg upp og vinna vald ķ USA, ogat statur og kirkja ķ felag fara at jagstra fólk, sum halda boš Guds, eru skķrdar skilaleysar og uttan hald ķ veruleika.

Sagt veršur, at USA – verji trśarfręlsisins - aldrin veršur ųšrvķsi. Og sagt veršur, at taš ikki fer at svķkja stavnhaldiš, sum evsti verjin fyri trśarfręlsinum. Men so viš og viš sum tileggjanir ųkjast tileitt noytt sunnudagshald, tykist hetta, sum so mong ivašust ķ, at nęrkast. Bošskapur trišja eingils til hettar oršasambandiš fer tį at fįa eina įvirkan, som bert fį fyrr hava sęš komiš.

Ķ ųllum ęttarlišum hevur Gud sent sķnar tęnararat tala ķmóti syndini, bęši ķ kirkjum og uttanfyri. Men fjųldini dįmar best blķš orš og viršismetur ikki ósminkašan sannleika. Nógvir trśbótarmenn settu sęr fyri, at fara varliga fram, tįiš teir įtalašu syndir kirkjunnar og tjóšarinnar. Teir vónašu, at nóg mikiš var at vķsa teimum į lęru Bķbliunnar, og annars at liva sum fyrimyndir viš einari reinari kristnari lķvsfųrslu.

Soleišis veršur eisini undir trśbošan 3. eingils. Tį tķšin er komin, veršur hon bošaš viš kraft ? “viš haršari rųdd!” ? Harrin brśkar eyšmjśk fólk til amboš og vegleišir tey, sum vķga seg at tęna sęr. Hesi eru betri skikkaš til verkiš viš salving Andans, enn ašrir bókliga lęrdir frį hęgri skśla. Trśšar og bųnarinnar menn fara viš gudsótta at kenna seg kallašar, og fara viš heilagum įgrżtni at kenna seg skumpašar av Guditil at bera bošskapin, sum Gud įleggur teimum at tala. Syndir Bįbylons leggjastsjónskar! Ręšuligu avleišingarnar av at noyša kirkjuskipanir į fólk viš borgarligu myndugleikunum og trżstiš frį spiritistiskari śtbreišslu, forklįrar skjóta framburš romakirkjunnar – men nś veršur alt taš śrlatiš og avdśkaš.

Hesar hįtķšarligu įvaringar seta djśp įrin į fólk. Mong tśsund, sum ikki fyrr hava hoyrt slķkt talaš, lurta forvitin. Full ķ undran hoyra tey vitnaš, at kirkjan er Bįbylon, sum er fallin ķ villing og synd, tķ hon vrakaši sannleikan av Himli. Tį fara fólk til sķnar gomlu lęrarar og spyrja altrį: “Er hetta satt, sum vit nś hoyra?”

Prestarnir fara nś at siga sųgur og spįa ymist dįmligt og tiltalandi, fyri at sissa hinar vaknašu samvitskurnar. Men mong teirra nokta at slįa seg til tols viš myndugleika manna, og krevja nś eitt greitt “So sigur Harrin.”

Nś ųsa nógvir prestar seg eins og fortķšar Farisearar. Teir verša vreišir um at teirra myndugleiki er settur undir iva. Teir įkęra nś bošskap 3. eingils at vera frį Satan sjįlvum, og ųsa fjųldina upp, sum elskar syndina, til at hįa og jagstra tey fólkini, sum bera trišja eingils bošskapin.

Strķšiš haršnar
So hvųrt at strķšiš breišir seg og fólk sķggjalóg Gudsspottaša, fer Satan enn ķdnari av įlvara til verka. Mįtturin ķ bošskapinum ųsir teir enn meira, sum strķšast ķmóti honum. Prestastęttin fer tį at gera nęstan yvirmenniskjansligan ómak viš at skugga fyri, so at ljósiš ikki skal skżna inn į kirkjuliš teirra. Ųll amboš verša nżtt til at forša fyri kjaki um hesi tżdningarmiklu višurskiftini. Kirkjur, bęši protestantiskar og katólskar, fara at heita į borgarligu myndugleikarnar um at nżta sķn mįtt.

Nś sunnudagsrųrslan er voršinsterkari og djarvari,hvessir hon krųvini, og nżggj lóg veršur samtykt ķmóti teimum, sum lżša boš Guds. Tey verša hótt viš bót og fongsli. Summi fįa bošiš hųg stųrv afturfyri at siga trśgv sķna frį sęr. Men tey svara uttan at vingla: “Vķs okkum okkara villing viš orši Guds!”

Hetta er sama svar, sum Luther gav undir lķknandi umstųšum. Mong, sum verša drigin ķ ręttin, hava sterkar verjutalur fyri sannleikanum, og fleiri įhoyrarar verša tį so sannfųrdir, at teir sjįlvir gera av at halda ųll boš Guds. Soleišis vil ljósiš finnatil fólk ķ tśsundatali, sum annars ikki vóršu kunnaš.

Samvitskufult lżdni ķmóti orši Guds veršur mett og višgjųrt sum uppreistur. Dįraši av Satan fara foreldur haršliga viš trśgvandi bųrnum. Nųkur verša gjųrd arvaleys og vķst burtur śr heiminum.Orš Paulusar ganga śt: “Og ųll sum vilja liva gudiliga ķ Kristi Jesusi, skulu verša atsųkt.”

Tį iš verjar sannleikans nokta at ęra sunnudagin, verša nakrir teirra settir ķ fongsul og ašrir verša vķstir av landinum ella višfarnir sum tręlir. Fólk kunnu nś illa hugsa sęr, at tķlķkt kann fara at henda, men tįiš Andi Guds ikki longur heldur teimum aftur og tey koma undur fulla vald Satans, sum hatar lógir Guds, kemur ein lųgin tilgongd. Fólk gerast sera miskunnarleys, tįiš gudsóttandi kęrleikin ikki finst ķ hjartanum.

Tį andaliga orkaniner komin um eygaš, fara mong ķ part viš fķggindan, sum góvu seg śt fyri og jįttašu seg til bošskapir einglanna, men ikki vóru halgaš ķ sannleikans lżdni. Tįiš į stendur, velja tey at vera partur av heimsins anda, og sķggja nś mįliš at kalla ķ sama ljósinum sum heimurin. Ķ royndartķmanum velja tey lęttastu loysnina.

Evnarķk, vęl skorin fyri tungubandiš, fólk, sum fyrr gleddust ķ sannleikanum, vilja nś heldur nżta evnini at villleiša og lumpa. Tey gerast argastu fķggindar hjį sķnum fyrrverandi brųšrum og systrum. Tįiš sabbatshaldarar koma fyri ręttin at greiša frį trśgv sķni, verša hesi frįfalnu dyggastu umboš Satans at seta fram skeivar myndir, tilsipanir og ósannar įkęrur, sum ųsa valdsharrarnar ķmóti teimum.

Ein Jįkups trongdartķš
Trśgv tęnara Harrans veršur hart roynd ķ tķšum viš jagstran. Trśfastir bóru teir įminningar śtśrorši hansara. Andi Guds rųrdi hjųrtuni ogtrżsti teirat tala. Fyltir viš heilagum Anda gjųrdu teir viš eldhuga sķna skyldu eggjašir av Gudi, uttan at hugsa um tķmiligar fylgjur av at tala hesi orš Bķbliunnar til fólkiš.Teir hugsašu ikki um sķni veršsligu įhugamįl og royndu hvųrki at verja egiš umdųmiš ellalķv sķtt.

Men tį satt ódnarvešur av mótstųšu og įbreišslum brestur į, verša kortini nakrir so skelkašir, at teir siga:“Hųvdu vit vitaš fylgjurnar av oršum okkara įšrenn, so hųvdu vit hildiš munn.”Tvųrleikarnir hópa seg upp. Satan herjar į viš mįttmiklum freistingum. Uppgįvan, sum teir hava įtikiš sęr, er nógv tyngri enn teir megna. Teir eru hóttir av oyšing. Eldhugurin, sum teir fyrr vóru fyltir viš, er nś burtur, og teir eru um at falla ķ fįtt, men teir kunnu kortini ikki gevast į hondum. Ķ sįlarneyšini og fullkomiliga hjįlparleysir bišja teir til hin Alvalda um at fįa megi. Teir minnast, at oršini ikki vóru teirra egnu, men komu frį honum, sum baš teir at bera įvaringina śt.Gud hevši lagt sannleikan ķ hjųrtu teirra, og teir kundu ikki gera annaš enn at bera hann śt.

Ķ eldri tķšum vórukendir Guds menn ķ somu stųšuni. Allir, bęši Wicliffe, Huss, Luther, Tyndale, Baxter og Wesley lųgdu dentin į, at ein og hvųr lęra skuldi verša roynd viš Bķbliuni, og teir sųgdu seg vilja taka alt aftur, sum Bķblian ikki lęrdi. Teir vóršu allir eirindarleyst jagstrašir, men kortini hildu teir fram at boša sannleikan.

Ķ kirkjusųguni eru nżggir sannleikar, sumskotrašu seg fram frį tķš til ašra, og svarašu til tųrv Guds fólks hesa įvķsu tķš. Allir nżvaknašir sannleikar hava altķšhavt strķšviš mótstųšu og hatur. Tey, sum fingu lut ķ ljósinum, vóršu hart freistaši og roynd. Men ķ krepputķšum sendur Gud ein serligan sannleika til tey neyšstųddu og hvųr torir tį at sleppa sęr undan at boša hann? (“Hvųr fer tį ikki at profetera?” Įmos 3:8)

Gud hevur giviš tęnarum sķnum bošini, at kunna heimin um hansara sķšstu nįšigu innbjóšing. Um teir velja at tiga, heldur enn at gera vilja Guds, seta teir seg sjįlvan ķ vanda at missa ęviga lķviš. Eitt sendiboš Krists kann ikki hugsa um avleišingar. Sendibošiš m/k er noytt til at gera įlųgdu skyldurnar og sķšani at leggja alt ķ hond Guds.

Tįiš mótstųšan haršnar, verša tęnarar Guds aftur rįšaleysir. Teir halda seg sjįlvar hava gjųrt kreppuna. Men samvitskan og orš Guds sissar til vissuna um, at teir gera rętt. Roynslurnar halda fram, men teir fįa styrki at liva ķgjųgnum tęr. Strķšiš haršnar, men trśgvin og dirviš veksur samsvarandi mótgongdini. Teir siga: ”Vit vįga okkum ikki at broyta orš Guds ella at snara heilagu lógina,ella siga eitt einasta boš av minni tżdningi enn hini ella uttan tżdning, hóast at siga so, vildi vunniš okkum tokka heimsins. Tann Harrin, sum vit tęna, er nóg stórur til at bjarga okkum. Kristus hevur sigraš į tķ jaršiska valdinum. Skulu vit tį óttast ein heim, sum longu er viš undurlutan?”

Jagstranir og atsóknir av ymiskum slagi eru śrslit av tķ grundreglu, sum fer at verša til so leingi at Satan er til og kristindómurin er lķvfųrur. Eingin kann tęna Gudi, uttan samstundis at vekja myrkursins mįttir til at strķšast ķmóti sęr. Óndir einglar gera seg inn į viškomandi viš tųlandi freistingum, tķ teir bera ótta fyri fongi sķnum. Og gudleys, sum kenna seg hartaši av fyridųmi teirra trśfųstu, fara saman viš óndu einglunum at strķšast fyri at skilja tey aftur frį Gudi. Megna teir ikki at gera taš viš dįrandi freistingum, veršur vald nżtt til at noyša samvitskurnar.

Glešibošini, ęviga evangeliiš, lżsirį heimin
Eins leingi og Jesus bišur fyri menniskjum ķ halgidómi Himmals vil heilagiAndin draga og įvirka menniskju, bęši vanlig og leišarar. Enn įvirkar hann ķ įvķsan mun tamarhaldiš į lógir landanna. Vóru hesar lógir ikki, var standurin ķ heiminum uppaftur verri. Mešan mangir leišarar eru amboš Satans, so hevur Gud eisini umboš ķmillum tjóšarinnar leišandi fólk.

Umboš fķggindans eggja til lógir, sum skulu tarna verki Guds. Men Gudi óttandi politikarar, sum eru undir įvirkan frį heilagum einglum, vilja viš góšum grundgevingum tala ķmóti tķlķkum uppskotum. Į henda hįtt kunnu nakrir fįir standa ķmóti tķ harša og ónda streyminum.

Mótstųšan frį fķggindum sannleikans er hildin ķ skįk, soleišis at bošskapurin frį 3. eingli Op 14 vinnur frama. Tįiš sķšsta įminningin kemur, fara teir leišandi, sum virka fyri Gudi, geva henni gętur og at standa saman viš fólki Guds ķ trongdartķšini.

Annar eingilin ķ Op 14 gongur saman at boša trišja eingils bošskapin, og teir skulu viš dżrdum sķnum upplżsa alla jųršina. Her er spįtt um eina óvanliga og heimsfevnandi rųrslu.Adventsrųrslan frį 1840 ? 1844 var ein undurfųgur opinbering av mįtti Guds, tį bošskapurin frį fyrsta einglivarš borin śt til ųll heimsins misjóns ųkir, og ķ nųkrum londum kom tann stųrsta trśarvekingin sķšani trśbótina ķ 16. ųld.

Men sķšsta rųrslan undir trišja eingilsinstrśbošanini veršur uppaftur stųrri og sterkari. Hon veršur ein veking, sum minnir meira um hinafyrstu hvķtusunnuna.

Eins og “vįrregniš”kom viš heilaga Andanum, tįiš glešibošskapurin byrjaši eftir himmalferšina (Įp 2:1-4), til at fįa dżrabara sįši at nęla, so fer “heystregniš”,sum giviš veršur ķmóti endanum (Jóel 3:1-5), at verša enn kraftmiklari til at bśna skuršin. ”Latiš okkum tį lęra Harran at kenna, latiš okkum av įlvara royna at lęra hann at kenna! Hann skal renna upp, lķka sum morgunrošin, og hann kemur til okkara sum regniš, sum vįrregn, iš vętir jųršina.” ...

”Og tit, bųrn Zions, fegnist og glešist ķ Harranum Gudi tykkara! Tķ hann gevur tykkum lęraran ķ ręttvķsi, og so sendir hann regn nišur yvir tykkum, heystregn og vįrregn, sum įšur.” ...”Og so skal verša į sķšstu dųgum – sigur Gud – at eg skal śthella av anda mķnum yvir alt hold.” ...”Og so skal verša, at hvųr tann, iš kallar į navn Harrans, skal verša frelstur.”

Bošan glešibošskapsins endar viš enn stųrriuppvķsing av mįtti Guds, enn eyšmerkti byrjanina. Spįdómarnir, sum gingu śt ķ “vįrregni”, tį glešibošskapurin fyrstvarš bošašur, skulu ganga śt enn einaferš viš “heystregni” ķ sambandi viš at taš ęviga evangeliiš veršur endaliga hįtķšarliga lżst.

Hetta eru tęr “ugganir”, sum įpostulin Pętur sį fram til, tįiš hann segši: ”Fįiš tķ annaš sinni og vendiš viš, so syndir tykkara kunnu verša śtstrikašar, og lķvganartķšir kunnu koma fyri įsjón Harrans, og hann kann senda tykkum hin ętlaša Kristus, nevniliga Jesus.”

Tęnarar Guds hasta eldhugašir viš andlitum strįlandi av trśfestifrį staš til staš at siga bošskapin śr Himli. Ķ tśsundavķsav rųddum kring allan heimin bera bošini. Undurverk fremjast, sjśk verša frķsk og onnur tekin verša ķ kjalarvųrri teirra trśgvandi. Men Satan fer eisini til verka og ger stór fųlsk undur – ”og fęr enntį eld at falla nišur av himli į jųršina fyri eygum menniskja.”8Į hendan hįtt verša ķbśgvar heimsins noyddir til at taka stųšu hvųr sęr.

Tįiš bošskapurin nś veršur borin fram, vil próvfųrsla og grundgeving hava tann minna tżdningin. Tann sannfųrandi mįtturin er frį Anda Guds. Grundgevingarnar eru jś longu leingi bornar fram vķša hvar og kendar.

Sįšiš er sįaš. Nś skal taš grógva, vaksaog bera frukt.Bųkur, bóklingar og smįrit, sum trśbošarar og bókaseljarar hava spjatt- hava gjųrt sķn virkna. Og heilt mong hava veriš, sum tį fingu ein góšan varhuga av tķ hoyrda og lisna, og tó hava veriš foršaš ķ at skilja sannleikan til fulnar og at vķsa honum lżdni.

Men nś skķnur ljósiš enn sterkari og bjartari allastašni ogfinnur hvųrja sprekku. Sannleikin er klįrur og tżšuligur sum ongantķš fyrr. Guds sannu heilhugašu bųrn kvetta ųll bond, sum fyrr havahildiš tey ķ tjóri.Sambandiš viš familju og kirkju heldur ikki longur aftur. Sannleikin er nś dżrabarari enn alt annaš. Hóast allar kreftir og felųg, sum hava strķšst ķmóti sannleikanum, so fer stór fjųld nś at stilla seg undir Harrans liš.