Bardagin Mikli kapitel 39. Fra side 613tilbage

Trongdartíðin

“Um ta tíðina skal Mikael stíga fram, hin stóri høvdingi, ið stendur sum vernd landsmanna tína; og trongdartíð skal koma, sum ikki hevur verið, frá tí degi menniskju vórðu til, og líka til tá. Men um ta tíðina skulu øll tey av fólki tínum verða frelst, sum skrivað standa í bókini.”

Náðitíðin endað
Táið boðskapurin frá triðja einglinum endar (Op 14:9-12), endar eisini inniliga náðikallið á tey gudleysu. Guds fólkhevur fullført sítt arbeiðið. Tey fingu “heystregnið,” . . .og“uggandi tíðirnar fyri ásjón Harrans.”Nú er Guds fólk búgvi tilkomandi trongdartíman. Einglar ferðast í skundi aftur og fram til Himmals. Ein, sum júst er komin aftur av jørðini sigur, at arbeiðið er framt. Síðsta roynd hjá íbúgvum heimsins er av og øll, sum í verki havaverið guddómligu ásetingunum trúføst, hava fingið “innsigli hins livandi Guds.”

Jesus steðgar forbønini í halgidómi Himmals, lyftir hendurnar og rópar hart: “Tað er gjørt!” Allir einglarnir taka nú krúnu sína av, ímeðan hann gevur hesi hátíðarboð: ”Tann, ið ger órætt, haldi áfram at gera órætt, hin óreini dálki seg enn sum áður, hin rættvísi haldi áfram at gera rættvísi, og hin heilagi verði halgaður enn sum áður!”2Øll hava nú fingið mál sítt avgreitt til lív ella deyða. Kristus hevur bøtt fyri syndirnar hjá sínum fólki ogbeint tær burtur. Talið av frelstum sálum er uppgjørt. Nú skal “ríkið og harradømið og stórleikin, sum hoyrdi til øll ríkir undir himli,” verða givið arvingum frelsunnar, og Jesus skal ráða sum Kongur konganna, og Harri harranna.

Tá Jesus fer úr halgidóminum kemur øgiligt myrkuryvur heimsins íbúgvar. Hesa ræðuligu tíð mugu tey rættvísu liva undir ásjón Guds uttan Semingsmannin. Andi Guds, sum tálmaði óndskapin, er farin. Satan hevur nú heilt leysar teymar at hava tað fulla tamarhaldið á teimum forherðaðu, sum onga vón eiga.Langmóð Guds er endað. Heimurin hevur vrakaðnáðina, vanvirt kærleikan og traðkað lóg hansara undir fóta. Tey ógudiligu eru farin út um markið á náðitíð teirra. Andi Guds, sum tey gudleysu noktaðu at lurta eftir, rýmdi at enda. Og uttan hesa guddómligu náði hava tey onga verju ímóti Satan, sum rennur íbúgvar heimsins út í hina síðstu stóru trongdartíðina, “sum ikki hevur verið frá tí degi menniskju vórðu til, og líka til tá.” (Dán 12:1). Tá einglar Guds steðga at tálma harðliga ovurhuginum í lyndi manna, verður hvør lutur uttan afturhald partur í eljustríðum. Allur heimurin verður drigin inn í eina oyðingarbylgju, sum verður verri og ræðuligari ennoyðing Jerúsalems.

Einsamallur eingil drap allar fyrstuføddu í Egyptalandi, og fylti landið við sorg. Og tá Dávid var ólýðin Gudi í sambandi við fólkateljing, framdi ein einsamallur eingil eina ræðuligu oyðing, sum revsaði synd hansara. Sama oyðingarvaldið, sum heilagir einglar nýta, tá Gud gevur boð, kunnu hinir óndu einglarnir eisini fremja, táið Gud loyvir tí. Myrkursins máttir standa bara og bíða eftir, at Gud fer at loyva teimum ótarnaðar at breiða út oyðing. (Martin Luther kundi sagt: “Hundareimin verður nú ikki bara lorað, men kvett.” ums.)

Tey, sum æra lóg Guds, hava verið skuldsett fyri at niðurkalla allar revsidómarheimsins, og tey fáa í hesari “Jákups trongdartíð”skuldina fyri allar bardagar, blóðbað og vanlukkur í náttúruni, sum fylla jørðina við pínu og sorg. Mátturin í síðsta boðskapinum hevur fingið eina stóra øði í hini gudleysu. Vreiði teirra rakar øll, sum taka ímóti boðskapinum og Satan birtir nú undir nógvar hatursins logar, sum geisa til enn harðari villskap enn fyrr er sæð.

Táið Gud at enda tók seg aftur frá jødatjóðini, vistu prestarnir og vanliga fólkið av ongum. Hóast tjóðinundir Satans valdi lat seg reka av óndum ovurhugi, hildu tey seg framvegis vera Guds kosna fólk. Tænastan í templinum helt fram, og borin vórðu offur á tað dálkaða altarið. Tann guddómliga signingin varð dagliga lisin yvir hetta fólkið, sum dripið hevði Son Guds, og sum lógu tænarum og ápostlum hansara eftir lívinum. Soleiðis verður eisini, táið seinasti óbroytiligi dómurin í halgidóminum er sagdur, og lagna heimsins er avgjørd med alla. Tá fara íbúgvar heimsins heldur ikki at vita av tí.Gudstænastur og aðrir kirkjuligir siðir verðurframhaldandi hildið, hóast at Andi Guds ertikin av jørðini. Sataniska megin hjá myrkursins fúrsta fær tey til at fremja óndu ætlanir hansara, men tað skal alt síggja út sum um, at tað er av ídni fyri søk Guds.

Ein fordømdur minniluti
Sabbaturin er tað heilt stóra trætumálið í kristna heiminum. Prestafeløg og verðslig veldir fara í felag fyri at royna at noyða sunnudagshald á øll, men tá vil ein lítil minniluti vera eftir, ið heldur fram at nokta fyri hesum kravi fólksins. Hesin minnilutin kemur undir almenna fordøming. Tað verður gjørt galdandi, at tey fáu, sum seta seg upp ímóti landsins skipan, ikki skulu verða told. Tað er júst tann sama grundgevingin, sum ráðharrar fólksins nýttu ímóti Jesusi fyri skjótt 2000 árum síðani. Hin snúvni Kajfas segði:”Tit skilja einki! Ei heldur kemur tykkum í hug, at tað er okkum til gagn, at ein maður doyr fyri fólkið, og ikki øll tjóðin gongur til grundar.”

Hendan syndiga próvførslan avgjørdi málið. Og tað sama uppáhaldið verður núbrúkt ogendar við, at ein lóg verður smíðja til at fordøma tey, sum eftir 4. boð halda sabbatin. Hesi fáa strangastu revsing – og tá ein ávís tíð er farin, verður frítt at drepa tey friðleysu. Katolikkar í gamla heiminum og falnir protestantar í nýggja heiminum, bera seg nú at á sama hátt sum jødarnir gjørdu ímóti Jesusi, og nú ímóti teimum, sum vilja æra øll boð Guds.

Fólk Gudsfær nú tann mótgangin, sum profeturin lýsti trongdartíð Jákups.”So sigur Harrin: Ræðsluróp hava vit hoyrt – ótti er og eingin friður ... hví eru øll andlit líkbleik? Vei! Stórur er tann dagur, eingin er sum hann, og neyðartíð er tað Jákupi; tó skal hann verða bjargaður úr henni.”

Í angist og pínu
Hin svára náttin, táið Jákup stríddist í bøn, og bað um at verða bjargaður úr hondum Esavs,5 ímyndar hesa trongdartíðinahjá fólki Guds. Av tí at Jákup hevði framt svikagerð fyri at tryggja sær signing Ísaks, sum Esav av røttum átti, noyddist hann at flýggja fyri lívinum, táið hann hoyrdi um deyðshóttan beiggjans. Eftir mong ár í útlegdini vendi hann heimaftur eftir Guds boði við konum, børnum og fæi.

Komin at landamarkinum hoyrdi hann til sína ræðslu, at Esav kom ímóti honum við stórum heri og helst fyri at hevna seg. Ferðafylgi Jákups hevði eingi vápn og var verjuleyst. Tey tyktust at verða offur til harðskap og givin upp fyri skutil. Omaná óttan boraði samvitskubitið. Tað var jú synd hansara sum hevði skapt vandan. Tann einasta vónin var náði Guds og bønin var tí nú hin einasta verja. Men hann gjørdi eisini alt, sum hann kundi sjálvur fyri at bøta um illgerðina ímóti beiggjanum og at binda fyri tann hóttandi vandan.

Á sama hátt skal fólk Krists bæði áðrenn og í trongdartíðini gera alt tað tey kunnu fyri at standa í góðum ljósi fyri fólkinum, og royna at avvápnaallar fordómar, til tess at koma undan vandanum, sum hóttir trúarfrælsið.

Jákup sendi familjuna burtur, tí hann vildi spara tey fyri at síggja ta stóru neyðina, og fór síðani sjálvur í bøn til Gud. Hann játtaði syndirnar og takkaði fyri alla náði og vísti í djúpum eyðmjúkliga til sáttmálan, sum Gud gjørdi við fedrarnar og lyftið, sum Gud gav sær í útlegdini í eini sjón á nátt í Betel (1 Mós 28).Hann var í lívsins stórstu kreppu – og nú mátti røkka ella støkka. Í myrkri og einsemi helt hann á við at biðja og at eyðmýkja seg fyri Gudi. Knappliga kendi hann eina eina hond á økslini. Hann helt tað vera ein fígginda, sum vildi sær til lívs.

Hann fór tá í eini vónloysis øði at berjast við hendan mann, sum í lýsingini nýtti yvirnatúrliga styrki og sló Jákup á mjødnina, ið fall hjálparleysur og krøkti seg grátandi um hálsin á loyndarfulla mótstøðumanninum. Nú visti Jákup, at hann hevði barst við eingil sáttmálans. Og hóast hann hevði stóra pínu, helt hann fast í sína avgjørdu ætlan. Hann hevði leingi verið ráðaleysur, iðrandi og í ringum lag um sína skeivu gerð. Nú vildi hann fáa vissu fyri, at syndin varð fyrigivin. Hin guddómligi fremmandi tyktist nú at vilja fara, men Jákup krøkti seg fastari í hann og bað inniliga um at verða signaður. Eingilin svaraði:”Slepp mær, dimmalætting er í nánd!” Men patriarkurin rópti hart: “Eg sleppi tær ikki, uttan at tú vælsignar meg!” Á tann trúgv og treystleiki Jákup sýndi. Hevði tað verið eitt hugmóðsins krav, tá hevði Jákup í stundini verið oyddur, men hann vísti eitt álit í sinnalags hugburðinum, sum einans tey eiga, ið viðganga sínveikleika og óvirðiligheit; og samstundis líta fult á, atGud í sínum miskunnsemi og trúfesti heldur sín sáttmála.

Jákup ”bardist við eingilin, og vann.”6 . . . “Tú skalt eita Ísrael, tí tú hevur barst við Gud og menniskju, og vunnið.”(1 Mós 32:28b) Eyðmjúkur og við iðrandi hjarta sigraði hesin syndigi maður á himmalskari hátign, tí hann sá hann andlit til andlits uttan at doyggja. Hann festi seg við skjelvandi hondum í lyfti Guds og markleysi kærleiki Guds kundi ikki vísa bøn syndarans frá sær. Sum sigurstekin og til at eggja onnur, varð navniðá Jákupi, sum minti á synd hansara, broytt til Ísrael, sum vitnaði um sigur hansara. At Jákup stríddist og sigraði, vissaði hann um, at hann eisini skuldi sigra á menniskjum. Nú var hann ikki longur bangin fyri at hitta beiggja sín, tí Harrin var verji hansara. (Ísraels-navnið stendur fyri sigri - og í veruleikanum Jesu sigri, ums.)

Satan ákærdi Jákup fyri Gudi og kravdi rættin til at oyða hann fyri syndina og fekk Esav at fara ímóti honum. Satan fylti Jákup við skuldarkenslu alla ta drúgvu náttina, sum hann bardist við Gud, fyri at fáa hann at missa mótið og sleppa takinum. Jákup kom í næstan fult vónloysi, men visti, at uttan hjálp av Himli var hann glataður. Hann angraði inniliga stóru synd sína, og trábað Gud um miskunn. Hann vildi ikki sleppa avgerð síni, men krøkti seg í eingilin og helt á at biðja úr hjartans dýpi til hann sigraði.

Komandi ‘Jákups bardagi’
Sum Satan lokkaði Esavi at fara ímóti Jákupi, so vil hann í trongdartíðini eisini eggja gudleysumtil at oyða fólk Guds. Hann ákærir børn Guds eins og hann ákærdi Jákup. Hann roknar alla mannaættina sum sína; men lítil flokkur er, sum er boðum Guds lýðin, og setur seg ímóti ræði hansara. Kundi hann beint fyri teimum, tá varð sigurin fullkomin. Hann sær heilagir einglar ansa teimum og skilir, at syndir teirra eru fyrigivnar. Men hann veit einki um, at søk teirra er avgjørd í himmalska halgidóminum.

Hann veit neyvt allar syndirnar, sum hann lokkaði tey til at detta í, og tær leggur hann fram fyri Gudi verri enn tær vóru, og sigur, at hesi fólk hava uppiborið at verða burturvíst frá Gudi á sama hátt, sum hann sjálvur er burturvístur. Satan sigur at Gud er órættvísur, um hann fyrigevur syndir teirra og samstundis oyðir seg og einglar sínar. Hann krevur, at tey eru fongur hansara og tí at fáa tey útflýggjaði fyri sjálvur at týna tey.

Táið Satan ákærir Guds fólk fyri synd, loyvur Gud honum at royna tey til ytstu mørk. Álitið á Gud, trúgvin og støðufestiðverður av álvara roynt. Afturlítandi fjara vónirnar, tí tey síggja so lítið gott í sínum lívi.

Tey eru fult tilvitaði um sínar veikleikar og lítla virði. Satan roynur at ræða tey við tankanum, at søk teirra er vónleys, og at tey ongantíð verða reinsaði fyri syndirnar. Soleiðis roynur hann at spilla trúnna, og at fáa tey til at geva eftir fyri syndigu freistingunum.

Hóast Guds fólk er umringað av fíggindum, sum vilja týna tey, so er óttinminnifyri jagstraninivegna sannleikan, enn stúranin fyri ikki at hava angrað allar sínar syndir. At tey fyri sítt ófullkomni ongantíðfara at síggja lyfti Frelsarans uppfylt: ”Aftur fyri at tú hevur aktað eftir orðið mínum um tol, skal eisini eg bjarga tær úr freistingarstundini, ið koma skal á alt jarðaríki at freista tey, sum á jørðini búgva.”

Fáa tey baraeina fulla vissu fyri fyrigevingini, vilja tey óttaleys tola bæði pínu og deyða. Men eru tey funnin óverdig og skulu missa lívið av sínum lyndisbrekum, er Guds heilaga navn vanærað – og tað er tað, sum tey stúra fyri.

Allastaðni hoyra fólkGuds um samansvørjingar og um uppreistrar. Tey leingjast eftir at fráfallið og óndskapurin endar. Tey bøna Gudieftir at steðga Satani í øllum uppreistrunum og brigda eisini sær sjálvum. Styrki teirra er viknað at standa ímóti øllum flóðaldunum av óndskapi. Og kenslan er tann, at høvdu øll evnini verið nýtt í Kristi tænastu, tá hevði Satan ikki kunnað gjørt eins nógv ilt ímóti teimum nú.

Tey eyðmýkja seg fyri Gudi, og minna hann á allar sínar angraðu syndir og krøkja seg føst í lyfti Frelsarans, sum sigur: ”Lat hann leita sær verju í mínari styrki, soleiðis at hann kann fáa frið við meg; og tá skal hann fáa frið við meg.”

Trúgvin vikast ikki, hóast bønirnar ikki straks verða svaraðar. Ímeðan tey biðja, so tola tey stóra pínu og kvøl, men tey gevast ikki at biðja.Tey líta á mátt Guds og krøkja seg í hann eins og Jákup krøkti seg í eingilin og rópti: “Eg sleppi tær ikki, fyrr enn tú hevur signað meg!”

Um Jákup ikki longu hevði havt angrað syndina, sum hann gjørdi við at tryggja sær frumburðarrættin við sviki, so vildi Gud ikki havt lurtaðeftir honum og eirt hann. Soleiðis er eisini hjá fólki Guds í trongdartíðini, sum í stórari kvøl roynir at koma syndir sínar til hugs, ið ikki enn eru játtaðar og iðraðar, tí tað vildi verið óúthaldandi. Tað vildi syndrað trúnna til í áliti at kunna biðja Gud um frelsu. Men ímeðan tey kenna seg forfjónaði og óverdig, so finna tey ongar duldar syndir eftir at játta.

Syndir teirra eru farnar undan teimum til dóms. Tær eru strikaðar og tí minnast tey tær ikki longur.

Satan fær mong at halda, at Gud hevur tol við ótrúskapi í lívsins smáu viðurskiftum, men Harrin vísti í verki við Jákupi, at hann als ikki góðtekur nakað ónt. Øll, sum bera í bøtuflaka og skava útyvir syndirnar, og soleiðis lata tær verða standandi í himmalsins bókum sum ójáttaðar og tá ikki fyrigivnar, gevast á hendur og sigrast av Satani. Jú tignarligari starvið er hjá syndaranum, jú álvarsligari eru syndirnar í Guds eygum, og tess størri er sigur fíggindans. Tey, sum drála við at fyrireika seg til dag Harrans, missa møguleikan til at gera tað í trongdartíðini. Søk teirra er vónleys.

Tey, sum rópa seg kristin, men fara ótilbúgvininn íevsta ræðuliga bardagan, vilja í vónloysi og bangni viðganga sínar syndir í sekki og øsku, ímeðan tey gudleysu at kalla breggja sær av sínum vónloysi.

Syndajáttanir teirra eru tó sum Esavs og Judasar. Hesi fólk harmast um fylgjurnar av syndini og ikki um sjálva syndina. Tey angra ikki av veruligari andstygd fyri tí ónda.Tey játta syndina, tí tey erubangin fyri revsingini, men sum Farao á sinni, so vilja tey halda á at treiskast ímóti Gud, beinanvegn atrevsandi dómurin er endaður.

Søgan um Jákup vissar okkum um, at Gud ikki vrakar tey, sum eru freistað og falla í at synda, men síðani venda veruliga angrandi aftur til hann. Tað er Satan, sum roynir at týna tey, men einglar Guds troysta og verja tey í vandans løtu. Álop Satans eru bæði vill, avgjørd og miðvís. Svik hansara eru øgilig, men Harrin ansar eftir fólki sínum og hoyrir róp teirra um hjálp. Líðingarnar eru stórar, og tað tykist sum at “logar ovnsins” gera av við tey, men hann, sum situr við brápannuni, vil bjarga teimum út sum hitt reinasta gull reinsað er við eldi.

Kærleiki Guds til børn síni er ikki minni hesa tyngstu trongdartíðina, enn á ljósastu døgum við eydnu og viðgongd. Men neyðugt er at standa hesa eldroyndina, tí alt jarðbundni má burtur fyri at endurspegla Kristi mynd.

Føst trúgv stendur royndina
Tíðin, sum rennur ímóti okkum við sorg og kvøl vil krevja úthaldna trúgv, sum tolur møði, seinkingar og svongd – eina trúgv, sum ikki vikast og stendur stinn, táharðast leikar á. Øll fáa eina royndartíð í andgletti. Náðitíð er givin øllum at fyrireika seg til trongdartíðina. Jákup sigraði, tí hann var áhaldandi og avgjørdur. Sigur hansara er vitnisburður um kraftina, sum er í úthaldandi bøn. Øll, sum halda fast við lyftir Guds eins og Jákup, eru reiðiðlig og úthaldandi, fara eisini at sigra sum hann. Tey, sum ikki avnokta seg sjálvan og ikki biðja nóg leingi og inniliga um signing Guds, fáa hana ikki. Einans fá vita, hvat tað veruliga er at stríðast við Gud.Og einans fá hava roynt at leingjast so inniliga eftir Gudi, at tey eru í andaleypi at bresta. Táið tað stórsta vónloysi rakar, eru tey eisini fá, sum í tí óvikandi trúnni krøkja seg føst í lyftir Guds.

Tey við lítlari trúgv verða í størsta vandanum at fella fyri Satans stóra mátti at verða lokkaði og at boygna fyri nýggjum lógarkravi, sum vil noyða samvitskuna. Sjálvt tey, sum standa seg, koma í ringastu óttafullu royndarstøðu í trongdartíðini. Tey hava ov ilt við at líta fult á Gud og tær trúarroyndirnar, sum fyrr vórðu forsømdar, eru tey nú noydd at liva ígjøgnum undir truplastu umstøðum.

Tað er nú, at vit skulu læra okkum og royna lyftir Guds. Einglar skriva allar inniligar bønir upp. Vit eiga heldur at leypa sjálvsøkin ynskir um, enn at vanrøkja sambandið við Gud. Stórt fátækradømi og sjálvsnoktan saman við Gudi er nógv betri enn ognir, æra, vælvera og vinarbond. Vit mugu geva okkum stundir at biðja. Um vit einans eru upptikin av tí verðsliga, kann Harrin fyri at geva okkum tíðina til sín, fara taka frá okkum avgudin í pengum og føstum ognum.

Tey ungu vildu ikkiverði villleidd í synd, um tey sýttu at ganga aðrar gøtur enn tær, ið tey kunnu biðja Guds signing til. Um tey, sum skulu boða ta síðstu áminningina til heimin, biðja um signing Guds – og ikki á kaldan og líkasælan hátt, men við trúgv eins og Jákups – so fara tey at koma í støður at kunnu siga: “Eg havi sæð Gud andlit til andlits, og tó bjarga lívinum.”9Himmalin vil meta tey sum prinsar, og tey fáa tákraftina til at stríðast bæði við Gud og menniskju.

Skulu ganga fult og heilt við Gudi
Ein trongdartíð, sum ikki hevur havt sín líka, fer skjótt koma og okkum tørvar nógvar royndir, sum vit ikki enn eiga, og mong eru ov líkasæl og dølsk til at vinna sær tær. Ofta tykjast avbjóðingarnar størri enn tær verulig eru, men soleiðis er ikki við kreppuni, sum liggur fyri framman.

Sjálvt hitt lívligasta hugflog fær ikki ímynda sær vavið av trongdini. Í hesi royndarstund verður hvør sál einsamøll fyri Gudi.Um ”Nóa, Dánjal og Job” vóru í landinum, ”skuldu teir, so satt sum eg livi, sigur Harrin, Harrin, hvørki kunna bjarga syni ella dóttur; eina sær sjálvum skuldu teir bjargað við rættvísi síni.”

Nú, ímeðan høvuðsprestur okkara talar okkara søk, eiga vit at gerast fullkomin í Kristusi. Enn ikki í huganum kundi Frelsarin lokkast at geva eftir fyri syndigum tanka. Men í mannahjørtum finnur Satan ofta gott fótafesti, tí her finst ein syndig tráan, har freistingar hansara fáa útint sítt vald. Men Kristus segði um seg sjálvan:”...at høvdingi heimsins kemur, og hann hevur einki í mær.”11Satan fann einki í Syni Guds, sum gjørdi hann føran fyri at sigra á honum. Jesus hevði hildið boð Faðirsins, og í honum fanst ikki synd, sum Satan kundi gera sær dælt av. Soleiðis skulu menniskju eisini vera fyri, um tey skulu koma heilskapaði úr trongdartíðini.

Tað er her og nú, at vit í trúgv á Kristi sáttargerð skulu tráa eftir fullkomni. Kristus bjóðar okkum at vera sum hann. Tað er í hesum lívinum, at vit skulu reinsast fyri synd í trúgv á sáttargerðina. Dýrabari Frelsarin bjóðar okkum at sameina veikleikar okkara við styrki sína -lítla vísdóm og ússaligheit okkara við hátign sína. Tað er í hesum forsjónar sædda skúla Guds, at vit skulu læra okkum spakføri og yndi Jesusar. Harrin vísir okkum altíð á lívsins sonnu leið – og ikki á leiðir, sum vit sjálv hava hug til at velja, tí tær tykjast okkum lættari og hugaligari. Tað er okkara val, um vit vilja samstarva við máttin, sumHimmalin nýtir til at menna lyndi okkara eftir hini guddómligu fyrimyndini. Eingin kann láta sum einki ella útseta tað uttan at seta lív sítt í størsta vanda.

Hitt stórsta svikið
Í sjón hoyrdi Jóhannes harða rødd av Himli: ”Vei jørðini og havinum! Tí Djevulin er komin niður til tykkara – í stórari vreiði, tí hann veit, at tíðin, sum hann hevur, er stutt!”12Tað er ein øgilig støða á jørðini, sum fær hesa røddina av Himli at tala. Beiskleiki Satans versnar so hvørt sum tíð hansara styttist og svikaligu og oyðandi verk hansara koma í hæddina sum ongantíð fyrr í trongdartíðini.

Ræðuligar yvirnatúrligar sjónir koma skjótt at síggjast á himlinum, sum eru undirverk illa anda. Hesir illu andarnir fara runt til kongar jarðarinnar og skunda undir teir, fyri at fáa teir í part við Satan í síðsta bardaganum ímóti Himmalsins stýri. Bæði ræðisharrar og vanlig fólk verða dárað av hesum andunum. Fólk stíga fram og siga seg vera Kristus. Tey krevja ta tign og ta tilbiðjan, sum einanstilfellur Frelsara heimsins. Tey fara at gera kraftarmikil undur og at grøða. Og tey siga eisini, at tey hava fingið himmalskar opinberingar, men tæreru týðuliga ímóti Bíbliuna.

Táið stóru svik Satans eru í hæddini, vil hann útgeva seg fyri og royna at líkjast Kristusi – kopiera Kristus. Kirkjan hevur leingi sagt seg at gleðast til afturkomu Frelsarans og sær nú vónina at ganga út. Nú vil stóri svikarin fáa tað at síggja út sum at Kristus er afturkomin. Ymiska staðni í heiminum vil Satan á henda hátt vísa seg fyri fólki sum ein hátignarlig og skínandi vera, sum líkist tí lýsingini av Soni Guds, sum lesast kannum fremst í Opinberingini.

Dýrdin ber av øllum mannaeygu higartil hava sæð. Sigursrópini hoyrast allastaðni og fáa afturljóð um alla jørðina: ”Kristus er komin! Kristus er komin!” Fólk blaka seg niður at tilbiðja, meðan hann lyftir hendurnar og signar tey, júst sum Jesus signaði lærusveinar sínar, táið hann gekk á jørðini.

Røddin er mild, góðslig og ljómandi. Við blíðum miskunns tónalagi ber hann fram nakrar teir somu náðigu himmalsku sannleikarnar, sum Frelsarin segði. Hann lekir sjúk og sigur síðani, framvegis í skapi Krists, at hann hevur broytt sabbatin til sunnudag, og áleggur øllum at halda hendan dagin, sum hann nú hevur signað. Hann leggur afturat, at tey, sum framvegis halda sjeynda dagin, háa navn sítt við at nokta at lurta eftir einglum hansara, sum sendir eru við ljósi og sannleika.

Hetta er hitt stóra svikið, sum næstan ikki ber til at standa ímóti. (Bert við Guds hjálp og Bíbliuni).Eins og samáriumenn lótu seg lumpa av gandakallinum Simon, so fer fjøldin frá tí minsta til hin størsta her eisini at sýna sína virðing fyri hesum gandakynstrum, og tey rópa øll sum við ein munn:”Henda er tað, at tey kalla stóru kraft Guds.”

Men børn Guds lata seg ikki lumpa. Falski Kristus boðar lærur, sum eru í andsøgn við Skriftina. Hann signar tey, sum tilbiðja djórið og tess merki (Op 13:16), júst tey, sum Bíblian talar um, táið hon sigur, at tey skulu drekka av óblandaða vreiðivíni Guds.

Satan fær ikki loyvi til at eftir líknabíbilskuafturkomu Kristusar. Frelsarin hevur ávarað fólk sítt um ikki at lata seg lumpa og villleiða. Hann hevur týðuliga í forsjón sínari sagt, hvussu afturkoman verður og at”lygikristar og lygiprofetar skulu stíga fram og gera stór tekin og undur, so eisini hini útvaldu skuldu verði villleidd – hevði tað verið møguligt (tey kenna Bíbliuna). ...Um tað verður sagt tykkum: »Hann er í oyðimørkini,« so farið ikki út hagar! Ella, at »hann er í kømrunum!«so trúgvið tí ikki! Tí líka sum snarljósið skyggir í eystri og lýsir lýka í vestur, so skal vera, táið Menniskjasonurin kemur.”15Veruligu afturkomu Jesusar er ikki givin Satani møguleika at eftirgera til fulnar. Afturkoman verðursæð um allan heimin ísenn (og bert í luftini).

Einans tey, sum ágrýtin hava granskað Bíbliuna og hava tykið við kærleika til sannleikan, eru vard ímóti hesum stóra sviki, sum allur heimurin fellur fyri.Við Bíbliuni verður svikarin avdúkaður, hóast at hann hevur latið seg íein dárandi dularbúna.

Royndartíðin kemurá øll. Hon avdúkar hvørji tey sonnu kristnu eru. Eru fólk Guds so rótfest í orðinum, so at tey trúgva tí ikki, hóast svikið er at síggja við egnum eygum? Fara tey í hesari kreppuni at krøkja seg í Bíbliuna og Bíbliuna eina?

Megnar hann tað á nakran hátt, so vil Satan forða teimumat fyrireika seg til at standa ímóti hesari síðstu royndini. Hann vil seta teimum forðingar og lokka tey við jarðiskum ríkidømi og ella leggja á tey so tungar byrðar, at tankarnir skulu verða bundnir av ekka og aðrari gremjan á verðsliga økinum, táið royndartímin kemur á tey sum ein tjóvur á nátt.

Atsøkt
Táið teir ráðandi í falna kristna heiminum hava samtykt lógina ímóti teimum, sum halda boð Guds, standa tey uttan statsverju, og eru slept uppá fjall til teirra, sum vilja týna tey. Tá fer Guds fólk at flýggja út á bygd og til fjarskotin støð at savna seg í bólkum. Mong leita niðan í fjøllini til kirkju sína í fjallanna borgum. Eins og tey kristnu í Piementes dølum, vilja tey gera jarðartindarnar til sínar halgidómar og takka Gudi fyri ”fjallaborgina.”

Fólk úr øllum tjóðum og stættum - høg og lág, rík og fátæk, svørt og hvít – koma undur ta órættvísastu og ræðuligastu kúgan, ið sæð er. Elskaðu børn Guds fara ígjøgnum svárastu tíðir bundin í leinkjur, innistongd handan fongsulsrimar, deyðadømd og dømd at svølta til deyðis í myrkum andstyggiligum klivum. Einki menniskja hoyrir teirra stynjan og neyðarróp. Eingin mannahond er til reiðar at veita teimum hjálp.

Men vil Harrin gloyma fólk sítt hendan tunga tíman? Svarast kann her við at seta fleiri spurningar:

Gloymdi hann Nóa fyri syndaflóðina, táið heimurin varð revsaður?
Gloymdi hann Lot, táið eldur kom av himli og týndi allar býirnar á slættunum?
Gloymdi hann Jósefi, táið hann var í Egyptalandi umgirdur av avgudadyrkarum?
Gloymdi hann Elias, tá eiðir Jesabels hótti hann til samu lagnu og Ba’als profetar?
Gloymdi hann Jeremias, tá hann sat í myrku óhugnaligu holuni í fangahúsinum?
Gloymdi hann vinum Dánjals í gløðandi ovninum ella Dánjali í leyvubølinum?

”Zion segði: Harrin hevur svikið meg, Harrin hevur gloymt meg!”...”Man kvinna gloyma bróstabarn sítt, so hon miskunnar ikki lívsfrukt sína? Ja, og um so var, at tær kundu gloymt, gloymi eg ikki teg. Hygg, í báðar hendur mínar havi eg rist teg, múrar tínir eru mær altíð fyri eyga.”Harri herskaranna segði: ”tí tann, ið nemur tykkum, rørir við eygnastein hansara.”

Fíggindar kasta tey í fongsul, men fongsulsmúrar fáa ikki slitið sambandið við Kristus. Hann, sum kennir allar veikleikar, og sjálvur var ígjøvnum allar royndir, og er yvirøll veldir jarðarinnar, sendur einglar niður til einsligu klivarnar við ljósi og friði úr Himli. Fongslini verða teimum tá sumprýðiligar borgir, tí har eru tey rík í trúnni, og teir dapru múrarnir lýsa upp av himmalskum ljóma, eins og táið Paulus og Silas á náttartíð bóðu og sungu lovsangir Harranum til prís, sum fangar í Filippi.

Tær sjey seinastu plágurnar
Dómur Guds kemur á øll tey, sum vilja kúga og týna fólk hansara. Langmóðin við teimum gudleysu ger tey enn frekari í lógarbrotum, men hóast revsingin kemur seint, so kemur hon einaferð og hon verður ræðulig.

”Tí, sum á Perazimsfjalli skal Harrin reisa seg, sum í dalinum við Gibeon skal hann vísa vreiði sína til at fremja starv sítt, undarligt starv – og útinna verk sítt – óhoyrt verk!”18Fyri miskunnsama Gud er revsing fremmand, undarligt starv.”Sig við tey: So satt sum eg livi – havi eg ikki gleði av, at hin gudleysi doyr, men av, at hin gudleysi vendir við frá atburði sínum og livir!”Harrin er “miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti.”Hann ”sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd,”...” men als ikki letur hin seka verða óstraffaðan, sum straffar misgerðir fedra á børn og barnabørn, ja á børn barnabarna, og á børn teirra uppaftur. ”...“Harrin er langmóðigur, men stórur í kraft; órevsaðan letur Harrin aldrig hin seka verða.”

Gud revsar uttan undantak rættvíst, táið lóg hansara er traðkað undir fóta. Og lítli hugurin til at fullgera revsidómin á tey seku, kann geva okkum lítla ferils fatan av, hvussu strangur dómurin veruliga er. Harrin hevur leingi havt tol við hetta fólk, sum hann heldur vildi frelsa enn revsa, men at enda fáa tey bikarið til at flóta yvir, og tey skulu tá drekka vreiðivínsbikarið óblandað uttan miskunn.

Táið Kristus steðgar sáttartænastuni í halgidómi Himmals, verður óblandaða vreiðivínið skonkt teimum, sum tilbiðja djórið,tilbiðja myndina av djórinum og taka djórsins merki á ennið ella á hondina. Revsidómarnir, sum tá koma yvir alla jørðina beint áðrenn frelsuna av fólki Guds, koma at líkjast plágum Egyptalands, men tær verða nógv verri enn táið Gud bjargaði Ísrael út frá trælahaldinum.

Opinberingin greiðir soleiðis frá:”Tað komu illkynjaðir og ringir svullir á tey menniskjuni, sum hava djórsins merki og tilbiðja mynd tess.” ...“Havið broyttist til blóð – sum av deyðum manni” ...“og áirnar og vatnkeldurnar broyttust til blóð.”Hvussu ræðuligar hesar revsingar enn verða, so er Guds dómur rættvísur. Eingilin sigur: “Rættvísur ert tú, tú heilagi, at tú hevur felt henda dómin; av tí at tey hava úthelt blóð profetanna og hjá teimum heilagu, so hevur tú givið teimum blóð at drekka; tí tað hava teir uppiborið.”20Við at geva Guds fólki deyðadómar, eru teir líka sekir,eins og høvdu teir dripið tey øll við egnari hond. Og Kristus skuldsetti samtíðar jødarnarat vera eins sekar at hava dálkað sínar hendur,sum allir drápsmenn hava verið síðani deyða Abels, tí teir vóru fyltir við tí sama andanum sum fedrarnir, táið teir drópu profetar Guds.

Í næstu pláguni vil sólin”brenna menniskjuni við eldi. Menniskjuni brendust í stórum hita – og spottaðu navn Guds, sum hevur vald yvir hesum plágum; og tey vendu ikki við til at geva honum dýrd.” Profetarnir lýsa hesa tíðina soleiðis: “Markin er oydd, akurlandið syrgir; ...tí kornið er oytt, vínið er tornað upp, og oljan er horvin ... ja, øll gleði er horvin frá menniskjabørnunum.” ... “Frækornini liggja skorpnað undir moldbøkkunum; goymslurnar eru oyddar, løðurnar niðurbrotnar, tí kornið er tornað burtur. Sum kríatúrini geva seg! Neytafylgini renna rødd um, tí tey vita ongastaðni at eta; eisini seyðafylgini noyðast at líða neyð. ... tí løkirnir eru upptornaðir, og eldur hevur oytt haglendið í oyðimørkini.” ...”Songirnir í borgini skulu tann dag umskiftast til venan – sigur Harrin, Harrin; har liggja dungar av líkum; allastaðni verða tey tigandi kasta til síðis.”

Hesar plágur verða ikki allastaðni. Um so varð doyðu øll á jørðini av plágunum. Men tær verða tær størstu syndaplágur, sumnakrantíð eru komnará deyðilig. Allir revsidómarnir á mannabørnini innan náðitíðin endar, er tó íblandað við miskunn. Kristi sáttarblóð hevur vart syndararnarímóti hini fult uppibornu revsingini.Men í tí endaliga og síðst útinta revsidóminum, kemur vreiðin óblandað við miskunn.

Táið hendan tíðin kemur,fara í milliónatali at ynskja sær hina guddómligu miskunn aftur, sum tey so leingi vanvirdu. ”Dagar skulu koma – sigur Harrin, Harrin – tá ið eg sendi hungur í landið, ikki hungur eftir breyði og ikki tosta eftir vatni, men eftir at hoyra orð Harrans. Tá skulu tey reika frá einum havinum at øðrum og renna úr norðri í eystur; tey skulu fara higar og hagar at leita eftir orði Harrans – men ikki finna tað.”

Gud verjir fólk sítt
Guds fólk sleppur ikki undan líðingum, men tey skulu hóast jagstran, sakn og hungur ikki ganga til grundar.

Tann Gud, sum vardi Elias, gloymir ikki eitt av ósjálvsøknu børnum sínum. Hann telur hvørt hár á høvdinum og vil í sváru tíðini taka sær nøktandi av teimum. Ímeðan tey gudleysu óndu doyggja av svongd og sóttum (t.d. covid-pandemi), skulu einglar verja tey rættvísu, og geva teimum til tørvin.

Til tann, “sum livir í rættvísi,” er hetta lyfti givið: “Breyð sítt skal hann fáa, vatnið skal ikki verða uppi hjá honum” ... “Hini ørmu og fátæku leita eftir vatni, men einki er; tunga teirra brennir av tosta. – Eg, Harrin, skal bønhoyra tey, eg, Gud Ísraels, skal ikki lata tey óhjálpin.”...

“Tí fikutræið blómar ikki; víntræið ber ongan ávøkst; ávøkstur oljutræsins miseydnast; markirnar geva onga føði; seyðurin er horvin úr bólinum, og eingi neyt eru eftir í fjósinum. ... – Men eg skal gleðast í Harranum, fegnast í Gudi frelsu mínar!” ...

“Harrin er tann, ið varðar teg, Harrin er skuggi tín undir høgru lið tíni; sólin skal ikki gera tær mein um dagin, ei heldur mánin um náttina; Harrin varðar teg fyri øllum illum. Hann varðar sál tína.” ...”Tí hann bjargar teg úr snerru fuglamansins, undan oyðandi pesti; við fjøðrum sínum skýlur hann tær, undir veingjum hansara finnur tú lívd, trúfesti hansara er skjøldur og vernd. Tú skalt ikki óttast náttarræðslir, ei pílin, ið flýgur um dagin, ei pestin, ið sníkir seg í myrkrinum, ei sóttina, ið oyðir um middagin. Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað ikki ráma teg; tú skalt bert skoða tað, við eygum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína; tí tú, Harri, ert skjól mítt - hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín; teg skal einki ilt henda, og eingin plága skal koma tjaldi tínum nær.”

Men fyri eygum manna vil tað tykjast sum, at børn Guds skjótt noyðast at innsigla vitnisburð sín við blóði, eins og blóðvitnini undan teimum hava. Og tey koma sjálv at óttast fyri, at Harrin letur tey falla í fíggindahond. Tað er ein ræðuligtíð, sum er full í angist. Bæði dag og nátt rópa tey á Gud um bjarging. Tey gudleysu eru skaðafró og spyrja háandi: “Hvar er trúgv tykkara? Hví bjargar Gud tykkum ikki út frá hondum okkara, um tit veruliga eru fólk hansara?” Men hesi bíðandi minnast doyggjandi Jesus á Golgata, táið høvuðspresturin og ráðharrarnir spottandi róptu: ”Onnur hevur hann frelst. Seg sjálvan kann hann ikki frelsa! Hann er jú kongur Ísraels! Lat hann nú koma niður av krossinum, so skulu vit trúgva á hann.”26 Øll stríðast tey eins og Jákup stríddist við Gud. Andlitsbrøgdini sýna tann innara bardagan og andlitini eru bleik, men kortini halda tey á við inniligu bønum sínum.

Áttu fólktey himmalsku evnini til at síggja, tá høvdu tey sæð stórar skarar av einglum við veldugari kraft beint rundan um seg og hini, sum við toli hava varðveitt orð Krists. Við blíðari samkenslu hava einglarnir sæð teirra kvølir og hoyrt teirra bønir.Teir bíða eftir boðum frá sínum leiðara, um at fara og hjálpa teimum úr vandanum. Men tey mugu bíða enn eitt bil.

Guds fólk er noytt til at “tøma kalikin” og at verða doypt við hesum dópi.Júst hendan útsetanin, sum er so pínufull, er besta bønarsvarið. Tí alt meðan tey kýta seg og bíða í áliti á Harran, eru tey noydd til at venja ta trúgv, ta vón og tað tol, sum tey fyrr ov lítið høvdu vænt. Men fyri teyútvaldu skuld vil trongdartíðin kortini verða stytt.”Skuldi Gud tá ikki hjálpt útvaldu sínum, teimum, ið rópa til hansara dag og nátt? ... Eg sigi tykkum; Hann skal skunda sær at hjálpa teimum.”27Endin kemur knappligari enn nakar væntaði. Hveitin verður tá skorin og kornbundini verða flutt í løðu Guds, ímeðan illgresið verður buntað og kastað í hin oyðandi eldin.

Vaktarmenn Himmals, einglarnir,erualtíð trúfastir á varðhaldi. Hóast almenn lógskipan nú ásetur, at ávísan dag kunnu tey, sum halda boð Guds, lógliga verða dripin, fara summir fíggindar skjótari fram enn lógin ásetur, fyri at royna teimum eftir lívinum. Men eingin sleppur framvið miklu vaktarmonnunum av Himli, sum standa kring allar trúfastar sálir. Nøkur verða álopin meðan tey flýggja úr bygd og bý, men tey svørðini, sum lyft verða ímóti teimum, brotna og fella til jarðar sum hálmstrá. Onnur verða vard av einglum, sum hava umskapað seg til hermenn.

Gud hevur til allar tíðir hjálpt og bjarga børnum sínum við heilagum einglum. Teireru altíð virknir í viðurskiftum millum manna. Teir hava víst seg í skyggjandi búna og sum snarljós. Teir eru til dømis eisini komnir klæddir sum vanlig ferðafólk. Teir hava sýnt seg fyriprofetunum og øðrum tænarum Guds.Teir hvíldu seg um middagsleitið undir einum eikitræi hjá Ábrahami og lótust at vera móðir.Komnir á gátt hava teir mangan tikið ímóti gestablídni heima hjá fólki. Teir hava víst seg fyri vilstum ferðandi, og hjálpt teimum á veg. Við egnum hondun festu teir eld í altarið ogteir opnað fongsulshurðar fyri at bjarga tænarum Guds. Klæddir í himmalskan búna bóltaðu teir eisini steinin frá Jesu grøv.

Einglar eru ofta hjástaddir í mannalíki í samkomum teirra reiðiligu. Men teir vitja eisini hjá gudleysum, eins og teir fóru til Sodoma at skriva frágreiðing um fólksins gerðir, fyri at avgjørt kundi verða, um fariðvar út um Guds tolsemismark í mentunarloysi. Harrin fagnar miskunnsemi og gevur hana mangan vegna tey fáu, ið veruliga tæna honum, sum tá forða stórum vanlukkum. Teyfáu leingja tá friðin fyri hópin av fólki. Tey, sum synda ímóti Gudi, vita als ikki, hvussu nógv tey kunnu takka teimum fáu trúføstu fyrií lívi sínum, teimum, sum tey annars elska at speireka og kúga.

Hóast teir ráðandiog stýrandi ikki vita umtað,so gera einglar oftasína ávirkan galdandi sum talsmenn. Eygu hava hugt at teimum; oyru hava lurtað eftir teimum og teirra áheitanum; varrar hava mótmælt teirra tilráðingum og speirikið leiðbeiningar; og mannahendur hava roynt at gera teir firtnar og fremja ágang á teir. Í ráðhúsum og rættarsalum hava himmalskir boðberar eisini sýnt ein nágreinaligan kunnleika til alla mannasøguna. Teir hava talað søk teirra kúgaðu, og duga tað betur enn allarbestu og orðkringastu verjar í rættinum. Teir hava kollrent ætlanir og forðað óndskapi, sum annars í stóran mun høvdu seinkað verki Guds og verið atvoldin til stórar líðingar hjá fólki Guds. Táið neyðin er størst ”tekur Harrans eingil støðu rundan um tey, ið óttast hann, og fríar tey út.”

Tað lýsur av degi
Við inniligum longsli bíðar Guds fólk eftir at síggja tekn frá sínum kongi. Tá náttarvørðurin verður spurdur:”Vøkumaður! Hvat líður náttini? Vøkumaður! Hvat líður náttini?” Svarar hann uttan at drála “Morgunin kemur, men enn er nátt.”29Ljós skyggir á skýggjomanfyri fjallatindar. Skjótt skal dýrd hansara opinberast. Rættvísis sólin kemur undan og fer at skína. Bæði morgunin og náttin eru í fluttum týdningi nær – og tað vil siga byrjanin til ein ævigan endaleysan dag fyri tey rættvísu, og byrjanin til eina æviga nátt til tey gudleysu.

Meðan tey stríðandi og inniliga biðja til Gud, tykist slørið, sum skilir tey frá hinum ósjónliga heiminum, næstan at vera drigið til viks.Himmalin logar í morgunroða ævinleikans, og yndisligur einglasangur ljómar: “Haldið fast við pakt tykkara.Hjálpin er á veg.” Kristus, hin alvaldi sigursharrin, rættir eina krúnu av ódeyðiligari dýrd fram til útlúgvaðu stríðsmenn sínar, og rødd hansara kemur úr gloppi í portrunum:”Sí, eg eri við tykkum. Óttist ikki. Eg veit um allar tykkara sorgir. Eg havi borið kvøl tykkara. Tit stríðast ikki ímóti ókendum fígginda. Eg havi stríðst kampin fyri tykkum, og í mínum navni skulu tit meiri enn sigra.”

Undir lyfti ælabogans
Okkara dýrabari Frelsari sendir hjálp, júst táið vit tørva hana. Leiðin til Himmals er halgað av fótasporum hansara. Hvør greinatorn, ið særir føtur okkara hevur eisini sært hansara føtur. Ein og hvønn kross, sum okkum fall í lut at bera, hevur hann longu borið. Harrin loyvir stríð okkara fyri at búna sálina til frið. Trongdartíðin er ein ræðulig eldroynd fyri Guds fólk, men júst hesa tíðina skulu tey sonnu trúgvandi líta uppeftir, og í trúnni síggja ælabogans lyfti randa seg um hann.

“Ja, endurloystu Harrans skulu koma aftur og koma til Zions við fagnaði, ævig gleði er yvir høvdi teirra, frøi og gleði skulu tey fáa, sorg og suff skulu flýggja. Eg, Eg eri tann, sum troystar tykkum, hvør ert tú, at tú ræðist menniskjabarnið, sum skal doyggja, menniskjabarnið, ið skal verða grasi líkt, og gloymir Harran, skapara tín... allan dagin óttast vreiði kúgarans, táið hann ger seg til at oyða! Hvar er tá vreiði kúgarans? Skjótt skal tann verða loystur úr leinkjum, sum í leinkjum liggur; hann skal ikki doyggja og fara í grøvina, og honum skal ikki fattast breyð. Tí eg eri Harrin Gud tín, sum øsir upp havið, so bylgjurnar brúsa – Harrin Gud herskaranna er navn hansara. Og eg legði orð míni í munn tín, og fjaldi teg undir skugga handar mínar – til at planta himmalin og grundfesta jørðina, og siga við Zion: »Tú ert mítt fólk!«”...

“Hoyr tú hetta, tú arma, tú, sum ert drukkin – men ikki av víni - ! So sigur Harrin, Harri tín, Gud tín, hann, sum flytir mál fólks síns: Eg taki sløðriskálina úr hond tíni, hini stóru vreiðiskál míni skalt tú ikki drekka meiri úr; og eg gevi kúgarum tínum hana í hondina, teimum, sum søgdu við teg: »Legg teg niður, so vit fáa gingið á tær«! – Og tú gjørdi rygg tín jørðini líkan, teimum til veg, sum gingu eftir honum!”

Gud, sum sær fram í tíðina, hevur sæð hesa kreppu, sum fólk hansara kemur í, tá jarðisku veldini savna seg til bardaga ímóti teimum. Eins og fangar í útlegd, koma tey í vanda fyri at doyggja av hungri og harðskapi. Men hann, sum kleiv Reyða Havið í tvey fyri Ísrael, vil aftur vísa sína stóru megi og enda fangilsið. ”Og tann dag eg útinni verk mítt – sigur Harrin Gud herskaranna – skulu tey vera ogn mín, og eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum.”

Um blóðið frá trúføstu vitnunum fleyt hesa tíð, tá vildi tað ikki líkasum hjá blóðvitnunum í forum kunna verið sáð at gagna innheysting Guds.Trúskapur teirra vildi ikki verði vitnisburður at sannført onnur um sannleikan, tí tað forherðaða hjartað hevur nú endaliga avvíst síðstu bylgjunaav náði. Eingin kemur afturat. Um tey rættvísu nú vórðu fongur Satans, vildi tað verið sigur hjá myrkursins fúrsta. Sálmaskaldið skrivaði: “Tí hann goymir meg í húsi sínum hin ónda dag; Hann fjalir meg, loyndan í tjaldi sínum.”

Kristus hevur sagt:“Far, fólk mítt, far inn í kømur tíni og lat aftur dyrnar eftir tær! Fjal teg lítla løtu, inntil vreiðin er yvirstaðin. Tí Harrin fer út úr bústaði sínum at straffa tey, sum á jørðini búgva, fyri misbrot teirra; og jørðin skal lata blóðið, ið runnið er á henni, koma fyri ljósið og ikki longur fjala tey, sum dripin eru á henni.”33Ein undurfull frelsa bíðar teimum, sum tolin hava bíðað eftir komu hansara, og hvørs nøvn standa skrivaði í Lívsins Bók.