Bardagin Mikli kapitel 4. Fra side 61tilbage

Trúfastir kyndlaberarar

Sannleikans ljós fekst ikki heilt at slokna myrku og drúgvu tíðina táið pávadømið tók sær yvirvaldið. Gud átti síni vitnir allar tíðir. Tey trúu á Kristus sum sín einasta semingsmann ímillum Gud og menniskju. Tey nýttu Bíbliuna til sína einastu leiðreglu, og hildu sanna sabbatin heilagan. Vit fáa ikki í hesum lívi at vita, hvussu nógv heimurin skyldar hesum fólkum.Tey vórðu brennimerkt til trúarvillingar og vórðu nógv baktalað. Ivi var støðugt sáddur um teirra ætlan. Skrivligu avrikini vórðu mótarbeidd, skeivt útløgd og oyðiløgd. Men tey vóru støðuføst og varðveittu sín trúarreinleika øld eftir øld sum ein heilagan arv til komandi ættarliðini.

Søgan hjá fólki Guds í myrkastu øldunum undir harðræðisvaldinum úr Rom er skrivað í Himlinum, men hon eigur lítla rúmd í søgubókunum. Bart fá søguspor eru eftir hesi fólk, undantikið eru ákæruskriftir frá meinsøkjarum teirra. Tað var politikkur kirkjunnar at týna bara tað minsta frávikið frá egnari læru og løgskipan. Kirkjan royndi at týna alt, sum hon metti til læruvilling, bæði við at týna fólkini og skriftir teirra. Um nakar dittaði sær til at seta fram minsta iva um eina pávaliga læru, settu tey seg sjálv í lívsvanda uttan mun til, um tey vóru rík ella fátøk, høg ella lág. Romakirkjan royndi eisini at fjala øll sporini eftir ræðuleikarnar, sum hon framdi ímóti øðrvísi trúgvandi.Kirkjufundir avgjørdu, at allar bøkur og skriftir, sum bóru slíkar frásagnir út, skuldu brennast. Áðrenn prentarakynstrið kom fram vóru einans fáar bøkur, og tær vóru ikki lættar at goyma. Tí var tað ikki so torført hjá kirkjuni at fremja sítt stavnhald í verki.

Í teimum økjunum, har romverska kirkjan átti tað fulla valdið, fekk eingin loyvi til at njóta samvitskufrælsi serliga leingi. Pávadømið var neyvan komið til valdið, fyrr enn tað knústi øll, sum noktaðu at viðurkenna tess harradømið. Ein kirkja fyri og onnur eftir gav seg undir hennara vald.

Stóra Bretland og pávaligt trýst
Reinur kristindómur fór tíðliga at spíra í Stóra Bretlandi. Gleðiboðini, sum bretar tóku til sín í fyrstu øldum e.Kr., vóru ikki spilt av romverska fráfallinum. Atsóknir frá heidnum keisarum, sum náddu heilt til hesar fjarskotnu strendur, var hin einasta gávan, sum tær fyrstu samkomurnar í Bretlandi fingu úr Rom.Nógv kristin leitaðu sær friðskjól í Skotlandi, táið tey vórðu jagstrað í Bretlandi. Sannleikin varð síðani borin víðari úr Skotlandi til Írlands, og í hesum londum tóku fólk fegin ímóti honum.

Táið sakslendingar gjørdu innrás í Bretlandi fekk heiðinskapurin yvirlutan. Sigursharrarnir lótu sær ikki lynda at verða lærdir av trælum, so tey kristnu noyddust at rýma niðan í fjøllini og út á villar víddir fyri at finna sær friðskjól. Ljósið var nokk ringt at síggja í eina tíð, men tað sloknaði ikki. Hundrað ár seinni skein tað so bjart úr Skotlandi, at tað náddi til fjarskotin lond. Úr Írlandi komu gudsóttandi Columba og hansara hjálparmenn. Teir savnaðu tey spjaddu trúgvandi á fjarskotnu oynni, Iona, sum gjørdist savningarstaður fyri trúboðaravirki teirra.Ein av hesum evangelistum helt bíbilska sabbatin, og tí fekk fólkið kunnleikan til hendan sannleikan. Skúli varð stovnaður á Iona, og haðani fóru trúboðarar ikki bara til Skotlands og Onglands, men eisini til Týsklands og Sveis, ja, enntá heilt suður til Italia.

Men romakirkjan hevði sett sær fyri eisini at leggja Stóra Bretlandi undir seg. Og í 6. øld fóru trúboðarar úr Rom til verka at umvenda heidnu saksararnar.Teir vórðu væl móttiknir av hesum stoltu barbarum, og fleiri tóku við katólskari trúgv. Undir virkseminum at umvenda komu pávans fólk eisini fram á nøkur, sum høvdu tikið við upprunaligum einføldum reinum kristindómi. Mótsetningurin ímillum teir var eyðsýndur. Tey vóru lítillátin og eyðmjúk. Lyndið, lívið og læran samsvaraði Skriftina. Katólsku trúboðararnir vóru hinvegin merktir av tí pátrúgv, skreyti og hugmóði, sum sermerkir pávadømið. Sendimaðurin úr Rom kravdi, at hesar kristnu samkomur skuldu viðurkenna yvirvald pávans. Til tað svaraðu upprunakristnu bretarnir, at teir fegnir vildu elska øll menniskju, men at pávin ikki hevði nakran rætt til yvirvald innan kirkjuna, og at teir bara kundu sýna honum ta virðing, sum er tillutað einum og hvørjum Guds tænara.

Tað vórðu gjørdar fleiri royndir at fáa teir til at sýna Rom trúskap; men tey eyðmjúku kristnu vóru bilsin yvir ta hugmóðina, sum hesi senduboðini sýndu, og svaraðu tí avgjørdir, at teir høvdu ongan annan Harra enn Kristus.Nú vísti pávadømið sítt sanna andlit. Umboðsmaður kirkjunnar segði:“Um tit ikki vilja taka ímóti brøðrum, sum koma við friði, so fara tit at taka ímóti fíggindum, sum koma við kríggi. Um tit ikki vilja vera í parti við okkum at vísa saksunum veg lívsins, skulu tit fáa deyðastingin frá teimum.”1 Hetta vóru ikki tómar hóttanir. Kríggj, svik og falsan vórðu brúkt til at noyða hesi bíbliutrúgvu vitnini til at geva seg undir pávans myndugleika.

Í ymiskum londum uttanfyri valdsøkið hjá Rom, livdu soleiðis kristnir bólkar í øldir, sum at kalla vóru órørdir av spillfongdu pávakirkjuni. Tó vóru tey umgird av heidningum og komu eisini undir heidnu ávirkanir teirra, men tey hildu áfram at síggja Bíbliuna sum sína einastu leiðreglu fyri trúnna - og hildu í læruni fast í nógvar sannleikar hennara.Hesi kristnu sóu lóg Guds framhaldandi at vera í gildi og hildu eisini sabbatin eftir fjórða boði. Slíkar samkomur, sum hildu seg til trúgv og siðir Bíbliunnar, vóru til dømis bæði í Miðafrika og í Armenia.

Valdensarnir
Valdensisku trúarhetjurnar stóðu í fremstu røð at stríðast ímóti valdsgerðum pávanna. Í sjálvum landinum, har pávadømið hevði høvuðssætið, var mótstøðan eisini tann størsta ímóti tess ranglærum og spillum.Í øldir vóru samkomurnar í Piémont sjálvstýrandi, men at enda noyddust eisini tær at geva seg undir romakirkjuna.Eftir eitt nyttuleyst stríð ímóti harðræðinum í romakirkjuni, viðurkendu leiðarar fyri hesar kirkjur við ringum tannabiti, at tað valdið, sum allur heimurin tóktist at fagna, átti ræðið. Kortini vóru nøkur eftir, sum noktaðu at geva seg undir myndugleika pávans og hansara høgu kirkjumenn.Tey vóru sannførd um at sýna Gudi trúfesti og at varðveita reinu og einføldu trúnna. Nú kom klovningur í.Tey, sum hildu fast við gomlu trúnna, tóku nú til rýmingar. Nøkur fóru frá heimi sínum í Alpunum og plantaðu sannleikans merki í fremmandum londum. Onnur krógvaðu seg í fjarskotnum kluftum og gjáum í fjøllunum, har tey funnu friðin til at tilbiðja Gud.

Trúgvin, sum teir kristnu valdensarnir hildu so fast um og prædikaðu í fleiri øldir, stóð í hvassari andsøgn til følsku lærurnar úr Rom. Valdensanna trúgv bygdi á Guds skrivaða orð sum sanna grundarlag kristindómsins.Men teir lítillátaðu bøndurnir, sum í einsemi høvdu búsett seg úti í náttúruni langt frá tí stóru verð, og sum støðugt máttu arbeiða hart við at ansa djórum og víngørðum, høvdu ikki sjálvir funnið sannleikan, sum var í stórari andsøgn við trúarsetningar hjá tí fráfalnu kirkjuni. Trúgvin var nevniliga ikki nýggj. Hon var gingin í arv ætt eftir ætt.Tey stríddust fyri trúnni frá ápostlanna samkomu; “sum einaferð fyri allar er hinum heilagu givin í hendur.”2Tað var ikki prestastættin í høvuðsstaði heimsins, men “samkoman í oyðmørkini”, sum var Guds sanna samkoma og vaktarin av teimum dýrabaru sannleikunum, sum Gud hevur latið fólki sínum upp í hendur - fyri at tað skal geva teir víðari til allan heimin.

Ein týðandi orsøkin til, at hin sanna samkoman skilti seg frá Rom var tann, at romakirkjan so inniliga hatar bíbilska sabbatin, okkara leygardag. Pávakirkjan kastaði sannleikan til jarðar, júst soleiðis sum profeterað er.Lóg Guds varð traðkað undir fótum og mannagjørd siðvenja varð heiðrað hægri enn Bíbliunnar læra. Tær kirkjurnar, sum pávaveldið fekk valdið yvir, vórðu tíðliga í tíðini noyddar til at æra sunnudagin sum halgidag. Mitt í tíðarinnar villleiðingum og pátrúgv vórðu eisini nógv av Guds trúføstu børnum so ørkymlaði, at tey góvust at arbeiða sunnudag, hóast tey hildu heilagtsabbat. Men leiðslan í Rom var framvegis ikki nøgd.Hon kravdi ikki bara, at sunnudagur skuldi haldast, men eisini, at sabbaturin skuldi vanhalgast, og fordømdu við harðligastu orðum tey, sum dittaðu sær at sýna sabbatinum virðing. Tí bar tað einans til at lýða Guds lóg í frið og náðum við at flýggja úr teimum økjunum, sum Rom hevði ræðið á.

Valdensar vóru ímillum teir fyrstu í Evropa at týða heilagu skriftirnar. Og fleiri hundrað ár fyri trúbótina høvdu teir handrit av Bíbliuni á sínum móðurmáli. Teir høvdu ófalsaða sannleikan og vóru tí hataðir og jagstraðir.Teir søgdu romakirkjuna at vera hitt falna Bábylon, sum umtalað er í Opinberingini, og við lívinum í váða stríddust teir ímóti henni.

Sum tíðin gekk, hoknaðu nøkur undir hesum áhaldandi harða trýstinum og góvust á hondum, ímeðan onnur stóðu stinn í trúnni.Í hesi myrku tíðini við stórum fráfalli vóru eisini mangir valdensarar, sum noktaðu at geva seg undir romakirkjuna. Teir mettu myndatilbiðjan sum avgudadyrkan, og eisini hildu teir sabbatin. Undir harðastu mótstøðu hildu teir tó fast í trúnni. Hóast romakirkjan stríddist við bæði eldi og svørði sera øðisliga ímóti teimum, so varðveittu teir trúnna og vardu orð Guds og æru hansara.

Teir funnu lívd ímillum fjøllini
Valdensar leitaðu sær skjól í fjøllunum. Har brann sannleikans ljós í miðaldarinnar myrkri. Har varðveittu sannleikans vitnir ta gomlu trúnna í túsund ár. Gud hevði givið børnum sínum ein undirfullan halgidóm, sum virðiliga umboðaði teir stóru sannleikar, sum Gud hevði litið teimum til. Fyri hesi trúføstu vóru fjøllini eitt tekin um Harrans óbroytiliga rættvísi. Tey vístu børnum sínum á tindarnar, sum kneysaðu í óbroytiligari tign oman fyri tey, og tey talaðu við tey um “Hann, hvørs skuggi ikki broytist”, og hvørs orð stendur óvikandi eins og hinir ævigu heyggjar.

Gud grundfesti fjøllini, og gav teimum ta styrki, sum eingin annar enn hin Alvaldi megnar at vika. Hann gav eisini sína lóg, sum er grundarlagið undir stjórnarskipan Guds í Himli og á jørð. Armar menniskjunnar kunnu røkka onnur og spilla teirra lív. Men líka lítið sum hesir armar kunnu ríva fjøll niður og kasta tey í havið, kunnu teir broyta ein einasta bókstav í lógini hjá Jehova, ella strika út eitt einasta lyfti til tey, sum vilja fremja vilja hansara. Trúskapurin frá tænarum Guds ímóti lóg hansara eigur at standa eins stinnur sum tey ævigu fjøllini.

Fjøllini kring heimini hjá hesum lítillátaða fólki í dølunum, vóru ein støðugur vitnisburður um skapanarkraft Guds og ósvitaligu verju og umsorgan hansara. Tey lærdu eisini at elska tey tigandi teknini um nærveru Harrans.Tey kærdu seg ikki um harða lagnu og kendu seg ongantíð einsamøll ímillum oyðin fjøll. Tey takkaðu Gudi fyri hendan heimstað, har tey kundu leita sær verju ímóti menniskjuna vreiði og ræðuleikum. Tey gleddust um, at tey her frítt kundu tilbiðja Frelsaran.Fjøllini gjørdust ofta bjargingin, táið fíggindarnir søktu at teimum. Tey sungu Gudi prís fyri mangan ein reystan fjallatind, har herar frá Rom ikki megnaðu at fáa lovsangin til at tagna.

Gløggur lívsstílur
Kristusar eftirfylgjarar vóru reinir, einfaldir og hjartaligir í síni gudsóttan. Tey hámettu grundreglur sannleikans hægri enn hús, akrar, vinir og ættarfólk síni, ja, hægri enn sjálvt lívið. Tey løgdu sær nær at læra børnini og tey ungu til at vísa virðing fyri lógum Guds líka frá yngstu árunum. Bíbliurnar vóru fáar, og tí lærdu tey seg hana uttanat. Mong dugdu langar kapitlar uttanat bæði úr Gamla- og Nýggjatestamenti. Tann stórfingna náttúran og tey dagligu vælsignilsini leiddu tankar teirra til Guds, og frá barnsbeini lærdu tey eisini at takka honum fyri allar hesar gávurnar og signingarnar.

Eym og kærleiksfull foreldur elskaðu børn síni ov høgt til at læra tey at taka synd í sær sjálvum. Teimum bíðaðu trupulleikar og mótgangur, og kanska at gerast blóðvitnir. Frá barnsbeini vórðu tey lærd at tola mótgongd og at vera arbeiðssom og lýðin, men eisini til at taka sjálvstøðigar avgerðir í verki, orð og talu. Tey lærdu skjótt at taka ábyrgd fyri og at ansa væl eftir, hvat tey søgdu. Tey skuldu eisini skilja, at ofta var klókast at tiga. Um tey í óansni søgdu orð, ímeðan fíggindar hoyrdu, fekk tað ikki bara avleiðingar fyri teirra egna lív, men tey settu eisini lívið hjá trúarfeløgum í hundraðtali í váða. Eins og glúpskir úlvar jagstraðu sannleikans fíggindar tey, sum dittaðu sær til at krevja trúar- og samvitskufrælsi.

Valdensar góvu allar sínar jarðisku ognir frá sær fyri sannleikans skuld og arbeiddu tolnir hart fyri sítt dagliga breyð.Teir nýttu hvønn jarðarblett ímillum fjøllini. Og tey dyrkaðu dalarnar umframt tær minni fruktagóðu líðirnar.Sparsemi og sjálvsnoktan var ein partur av lívsstíli og lærdómi teirra, sum børnini fingu í arv. Tey lærdu, at tað var Guds vilji, at lívið skuldi vera eitt baks, og at tað, sum tey høvdu brúk fyri, bert kundi fáast til vega við teirra egna arbeiði, umhugsni, nærlagni og trúgv. Lívið var strævi, men heilsugott, nakað, sum menniskjuni serliga tørva vegna sína falnu natúr í tí skúla, sum Gud veitti teimum til at læra og mennast í. Men hóast nógv varð lagt fyri við at venja tey ungu við hart arbeiði, varð hin vitborna menningin ikki gloymd.Tey lærdu, at allir teirra førleikar hoyra Gudi til, og tí eisini skulu nýtast í hansara tænastu.

Valdensisku samkomurnar líktust ápostlanna samkomum í reinleika og einfeldni. Tey vrakaðu og sýttu yvirvaldi pávans útint við prestastættini, og sóu Bíbliuna sum einasta sanna myndugleikan. Øvugtir av teimum braneggjaðu prestunum úr Rom, so fylgdu valdensisku prestarnir fyrimynd Meistarans. Hann kom ikki fyri at “lata seg tæna, men fyri sjálvur at tæna.”Teir ansaðu fylgi Guds, og leiddu tað til grønu eingir hansara við heilaga Orðinum og livandi Kelduni. Valdensisku samkomurnar hildu fundir sínar langt frá glasiligum bygningum. Tær savnaðust ikki í fínum kirkjum, dómkirkjum ella katedrálum, men á skuggafullum støðum uppi í fjøllunum, í alpudølum ella – tá ið vandi var á ferð – í onkrum fjallaskansa, at hoyra Kristi tænarar tala sannleikans orð.

Prestar teirra boðaðu ikki bert gleðiboðskapin, teir vitjaðu eisini sjúk, lærdu børnini, vegleiddu vilst og funnu seming ímillum stríðandi partar til frama fyri samljóði í bróðurkærleika.Í friðartíð vórðu prestarnir stuðlaðir við sjálvbodnum offurgávum frá samkomunum. Men eins og Paulus dugdi at gera tjøld, lærdu teir seg eisini okkurt handverk, so teir um neyðugt kundu klára at uppihalda sær sjálvum við tí.

Tey ungu gingu í skúla hjá prestunum. Roynt varð at geva teimum ein almennan kunnleika, men Bíblian var altíð týdningarstørsta lærubókin. Mong lærdu Matteusar- og Jóannesarevangeliið umframt nógv brøv í Nýggjatestamenti uttanat.Eisini vórðu tey sett at skriva Bíbliuna av. Nøkur handrit fevndu um alla Bíbliuna – og onnur bert um útvald brot, sum vóru ríkað við lættskiljandi tulkingum skrivaðar av fólki, sum megnaðu tað.Á hendan hátt komu skattir sannleikans fram í dagsins ljós, teir, sum leingi høvdu verið krógvaðir av menniskjum, sum royndu at hevja seg upp um Gud.

Táið Bíblian varð ein bannað bók
Við tolni og ágrýtni varð heilaga Skriftin avskrivað vers fyri vers og kapittul fyri kapittul. Arbeiðið varð ofta gjørt í djúpum myrkum holum við ljósi frá brennandi kyndlum. Soleiðis varð arbeiðið framt, og Guds opinberaða orð skein sum hitt reina gull.Einans tey, sum gjørdu tað, vita, hvussu mikið bjartari og sterkari tað skein orsaka av øllum royndunum, sum hesi menniskju máttu fara ígjøgnum fyri orðsins sakir. Einglar av Himli løgdu verjugarðar um hesar trúføstu arbeiðarar.

Satan ávirkaði katólsku prestastættina til at oysa sannleikans orð undir við skeivum lærun, vantrúgv og pátrúgv, men orðið varð tó á undurfullan hátt varðveitt ófalsað í hesum myrku tíðunum. Menn hava framt ídnastu royndir til at falsa ta kláru, greiðu og beinraknu Skriftina, fyri at fáa hana at mótsiga sær sjálvari, men orð Guds kom undan ódnini, eins og Nóa við familjuni umborð á sinni kom undan rullaði omaná á bylgjunum í einari ørk og vórðu bjargað.

Á sama hátt sum at ríkar lindir eru við gull- og silvurnámum, so má tað fyrst gravast nógv omanav fyri at koma niður á hesi dýrabaru metallini. Soleiðis er tað eisini við sannleikans ríkidømi í heilaga Skriftini, sum einans verður funnið“við tolnum grevstri”av teimum, sum erliga leita og granska við eyðmjúkleika. Gud hevur við sínum tænarum gjørt Bíbliuna til lærubók fyri alla mannaættina í øllum aldri og til allar tíðir.Hann gav Orðið sum eina opinbering av sær sjálvum. Hvørja ferð tú fært eyguni upp fyri einum nýggjum sannleika, so lærir tú eisini høvunda Bíbliunnar betri at kenna.Gud hevur avgjørt, at menniskjuni skulu koma í nærri samband við seg og at fáa eina greiðari fatan av vilja sínum við at lesa í Skriftini. Hon er liðurin ímillum Gud og menniskjað.

Samanhangandi við, at valdensar sóu “ótta Harrans sum vísdóms byrjan”, sóu teir, at tað hevði týdning fyri menningina bæði av sinni og fatan, at teir eisini komu í samband við heimin og lærdu vanlig fólk og verðsliga lívið at kenna.Lidnir við skúlan í fjøllunum, vórðu nakrir av ungu valdensunum sendir á fróðskaparsetur í fronsku ella italsku býunum, og fingu har størri møguleikar til at granska víðari, hugsa og eygleiða, enn heima í alpunum. Hesi ungu komu út fyri nógvum freistingum. Tey sóu nógvan ólevnað og komu í samband við nógvar snildur frá sveinum Satans, sum lokkaðu tey til at trúgva teimum sniðfundigastu trúarvillum og vandamiklastu mistøkum. Men við tí venjingini, sum tey høvdu fingið frá barnsbeini av, vóru tey fyrireikað til at møta hesum.

Á fróðskaprsetrum skuldu teir ikki hava nakran trúnaðarvin. Klæðir teirra vóru seymað soleiðis, at teir kundu krógva tann størsta dýrgripin í teimum, nevniliga tær dýrabaru skriftirnar. Úrslitini av áralongum stríði við at skriva Skriftina av, bóru teir uppi á sær. Táið tann rætta løtan var komin og teir kendu seg tryggar við, at hjartað var opið til at taka ímóti, søgdu teir varliga frá pørtum av sannleikanum. Børnini vórðu ald upp við hesum fyri eyga, og tað var gjørt líka frá tí, at tey sótu í fanginum hjá mammu síni.Teir skiltu uppgávuna og loystu hana við trúskapi. Á nøkrum skúlum komu nógv til sanna trúgv, og grundreglurnar í trúnni fyltu ofta allan skúlan. Hóast gjølligar kanningar, so funnu teir pávaligu leiðararnir vanliga ikki fram til, hvaðani hendan “trúarvillan” kom.

Loyniferðir
Andi Krists er ein trúboðandi andi. Fyrsti tankin hjá tí nýumvenda er at leiða onnur til Frelsaran. Tað var hesin andin, sum eggjaði kristnu valdensar. Teir skiltu, at Gud krevur meira enn bara at varðveita tann reina sannleikan í egnari samkomu, men at tann umvendi eisini hevur hátíðarliga ábyrgd av, at ljósið eisini fer at lýsa fyri teimum, sum enn sita í myrkri.Við tí stóra máttinum í Guds orði royndu teir tí at loysa allar tær leinkjur, sum eru smíðjaðar av mannahond.

Komandi prestar skuldu fyrst hava trý ára royndir sum ferðandi trúboðarar, áðrenn ein samkoma varð litin honum til í heimstaðnum. Arbeiðið kravdi sjálvsnoktan og offur, sum var ein hóskandi fyrireiking til lívið hjá einum sálarhirða í hesum tíðum, tá menniskju vórðu so hart roynd. Og teir ungu, sum vórðu settir í prestastarv, kundu ikki vænta sær ríkidømi og heiður á hesi fold, men eitt strævið og vandamikið lív, ja, og ikki sjáldan blóðvitnisdeyðan. Teir ferðandi fóru út tveir og tveir eins og Jesu ápostlar.Sum oftast ein ungur og ein tilkomin saman. Við hvørjum ungum var vanliga ein royndur maður, sum kundi leiðbeina hin unga og hava ábyrgdina av, at hann fekk rætta upplæring. Hin yngri skuldi fylgja boðunum frá tí eldra. Teir fylgdust ikki altíð, men hittust til bønarhald og ráðføring, og soleiðis at styrkja hvønn annan í trúnni.

Um teir í óansni avdúkaðu ørindini fyri smettara, so endaði gali. Tí krógvaðu teir væl og virðiliga hvørjir teir vóru. Trúboðararnir fóru út sum lærdir handilsmenn og smiðir, og við arbeiðnum góvu teir seg út fyri at vera í borgarligi vinnu. Teir valdu oftast at vera keypmenn og handilsferðandi. “Teir handlaðu tá við silkivørum, gimsteinum og øðrum evnum, sum fingust á fjarmarknaði. Har sum fólk annars vildi havt hatað teir, um teir vóru komnir sum trúboðarar, vórðu teir nú vælkomnir sum keypmenn.”3Samstundis bóðu teir Gud um vísdómin til, at geva fólkinum ein skatt, sum var dýrari enn gull og gimsteinar. Teir høvdu loyniligi við sær Bíbliur og bíbliupartar, og kom eitt høvi, leiddu teir hugin hjá viðskiftafólkinum til handrit, sum teir høvdu við.Ofta varð áhugin tá vaktur til at lesa Guds orð og tey áhugaðu fingu við gleði nøkur eintøk.

Hesir trúboðarar byrjaðu arbeiðið á láglendinum og í dølum nær við fjøllini, men teir komu skjótt víðari. Skóleysir og í grovum slitnum klæðum, eins og Harri teirra, fóru teir inn í stórar býir langt burturi í øðrum lond. Allastaðni sáddu teir tað góða sáðið. Samkomur vórðu settar á stovn, og blóðið hjá blóðvitnunum vitnaði sannleikan. Táið Harrans dagur kemur, fer hann at vísa ta stóru innheysting av sálum, sum hesir trúføstu menn fingu úr arbeiði sínum. Hóvliga og stillisliga tók Guds orð seg fram innan tann sonevnda kristna heimin, og varð móttikið við hjartans gleði í mangum ærligum heimi.

Sannleikans boðberarar
Valdensarnir sóu ikki Skriftina bara at læra, hvussu Gud arbeiddi við fólki í gomlum døgum, men eisini, hvussu Gud arbeiðir við menniskjum í dag, eins og hon er ein opinbering av bæði mótgongd og dýrd fyri framman.Tey sóu endan á hesari verðini at vera nær. Og táið tey lósu í Bíbliuni undir bøn og ofta tárandi, høvdu orðini djúp árin á tey. Tað stóð greitt, at tey høvdu skyldu til at boða øðrum um frelsandi sannleikarnar.Tey sóu frelsisætlanina væl lýsta og funnu troyst, vón og frið í trúnni á Jesusi. Táið ljósið rann fram fyri sinnið og gleddi hjartað, longdist teimum straks eftir at bera tað víðari til øll, og ikki minst teimum, sum livdu í villleiðingum pávaveldisins.

Undir leiðslu pávans og prestanna royndu fólk í hópatali at fáa syndanna fyrigeving við at plága og pína likamið.Tey vórðu lærd at seta álitið á sínar egnu gerðir til frelsu. Tey roknaðu einans við sær sjálvum og hugsaðu bara um sína syndafullu støðu og sóu seg hótt av vreiði Guds. Tey plágaðu tí bæði likam og sál, men funnu ongan bata.Soleiðis vórðu samvitskufullar sálir bundnar av lærum kirkjunnar. Í túsundatali søgdu tey farvæl við ættarfólk og vinir, fyri síðani alt lívið at búgva í kleystrarkliva, har tey fastaðu og píndu seg á náttarvøkum, liggjandi útstrekt í tímar á vátum steingólvi í myrka klivanum. Afturat tí komu langar tungar pílagrímsferðir.

Við eyðmýkjandi iðranarverkum í ræðuligari pínu royndu munkar og nunnur í túsundatali nyttuleyst at fáa frið í sinni.Niðurboygd av skuldarkenslum og plágaði av ótta fyri vreiði Guds, hildu mong áfram í líðingini til natúran ikki orkaði meira, og tey sukku í gravarmyrkrið uttan ein einasta fløvandi sólargeisla.

Valdensarnir longdust eftir at bróta breyðið við hesum hungrandi sálum, og at siga teimum friðarboðskapin í lyftum Guds, og vegin til Kristus, sum ta einastu vónina til frelsu. Eftir valdensanna fatan var læran um góðar gerðir, sum bót fyri brotini á lóg Guds, ein stór villleiðing og ósonn læra. Álitið á egnar gerðir kámaði burtur Jesu ófatiliga kærleika.Jesus doyði sum offur fyri menniskjuni, tí falna mannaættin ikki við nøkrum verki kundi tekkjast Gudi (Verkini telja, men frelsa ikki! Op 22:12). Grundarlagið fyri tí kristnu trúnni er virðið av krossfesta og upprisna Frelsaranum. Sálin er líka nógv bundin at Kristusi, sum armar og bein eru knýtt at kroppinum, ella greinin til træbulin. Sambandið við hann eigur at vera líka veruligt sum hesi bæði dømini siga!

Tað sum pávar og prestar lærdu/læra, fekk fólk til at fata Gud Faðir og Jesus sum strangar, myrkar og ódámligar. Frelsarin varð lýstur líkasælur og uttan samkenslu við falna menniskja, og at tað tí var neyðugt at ákalla prestar og halgimennir sum ein millumlið.Tey, sum kendu orð Guds, longdist eftir at vísa hesum sálum til Jesus, sum teirra samkensluríka og kæra Frelsara, sum stendur við útrættum ørmum og bjóðar øllum at koma til sín við sínum syndum, stúran og møði.Valdensarnir brendu fyri at beina alt fals av vegnum, sum Satan hevði sett upp fyri at forða menniskjum at síggja lyftir Guds, og at siga teimum lygnina um, at tey ikki kunnu koma beinleiðis til hansara sum tey eru, játtað syndir sínar og fáa fyrigeving og frið (Hebr 4:16).

Við gløðandi eldhuga greiddi valdensurin øllum leitandi sálum frá undurfullu sannleikunum í gleðiboðskapinum. Varliga tók hann tær neyvt avskrivaðu skriftirnar fram úr tí loynda lummanum. Hansara størsta gleði var at siga frá, at álítandi vón var fyri tí angrandi syndaranum, sum annars bara sá Gud sum ein hevnara, sum stóð til reiðar at døma og revsa. Við skelvandi varrum og tárandi eygum vísti hann brøðrum sínum á tey dýrabaru lyftini, sum vísa á hina einastu sannu vónina fyri syndaran.

Á hendan hátt fann sannleikans ljós inn í mangt hugtungt sinni. Og táið svarta skýggið varð rikið burtur, kom rættvísisins sól fram og fór at skína á hjartað við lekidómi. Ofta máttu hesi fólk lesa sama ørindið úr Skriftini fleiri ferðir upp í saman, tí lurtarin vildi hava tað lisið aftur, so at hann kundi verða vísur í, at hann hevði hoyrt rætt. Serliga hesi orðini vóru ofta lisin aftur og aftur, at“blóð Jesusar, Sonar Guds, reinsar okkum frá allari synd.”. . . .“Eins og Móses lyfti upp ormin í oyðimørkini, so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp, fyri at hvør tann, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum. Tí so elskaði Gud heimin, at hann gav Son sín hin einborna ......”

Tað vóru mong, sum ikki lótu seg villleiða av krøvum romakirkjunnar.Tey skiltu at hvørki menniskju ella einglar mekla syndafyrigevingina. Táið tað sanna ljósið skein á hjørtu teirra, róptu tey við gleði: “Kristus er prestur mín, og hansara blóð er mítt offur, og hansara altar er mín skriftastólur.”Tey litu heilt og fult á Jesu bótargerð og endurtóku orðini: “Uttan trúgv er tað ógjørligt at fáa tokka hansara.” . . .“Tað er ikki undir Himli annað navn givið, sum vit kunnu verða frelst við.”5

Nøkur av hesum neyðars menniskjum, sum vórðu kastað higar og hagar sum skip í stormi, vóru ikki før fyri at trúgva lyftinum um ein frelsara við kærleika. So ovfarin vóru tey av ljósinum, sum kom á tey, at tey kendu tað sum vóru tey longu komin í Himmalin.Tey løgdu álitisfult sínar hendur í Kristi hond, og settu føturnar á hin æviga klettin. Allur deyðsangist hvarv. Nú góðtóku tey bæði fongsul og bál, bara tey kundu æra navn Endurloysarans.

Soleiðis varð orð Guds lisið á loyndarfullum støðum. Viðhvørt var bara ein sál lurtari og aðrar tíðir ein størri bólkur, sum longdist eftir ljósi og sannleika. Tað hendi meiri enn so, at øll náttin gekk við hesum samskiftinum. Tey, sum lurtaðu, vóru so bergtikin av tí lisna, at miskunnsins sendiboð máttu steðga upplestrinum, fyri at geva teimum stundir til at sodna og skilja boðskap frelsunnar.Ofta vóru orð at hoyra sum hesi:“Vil Gud veruliga taka ímóti mínum ofri?” Vil hann smíla til mín? Sum svar til tað las trúboðarin: “Komið higar til mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu!”6

Trúgvin tók við lyftinum, og nú ljóðaði fleirfaldaða glaða svarið: “Nú skulu vit ikki fara út á fleiri langar pílagrímsferðir ella á strævnar ferðir til heilag støð. Eg kann koma til Jesus, júst sum eg eri, syndigur og vanheilagur, og hann vil ikki venda frá bøn mínari, tá ið eg biði hann iðrandi” . . . “Syndir tínar vera tær fyrigivnar.”. . .“Mínar, ja, mínar syndir kunnu verða fyrigivnar!”

Hjartað fleyt yvir av heilagari gleði, og Jesu navn varð takkað og prísað. Hesar eydnuríku sálir fóru síðani heim at spjaða ljósið og at siga øðrum frá sínari nýggju vitan, so væl tey kundu.Tey boðaðu, at tey høvdu funnið hin sanna livandi vegin. Í Guds orði liggur ein løgin og undurfull kraft, sum talar beint til hjartað á teimum, sum leingjast eftir sannleikanum. Tað var rødd Guds, sum sannførdi tey, sum hoyrdu hana.

Sannleikans boðberi fór støðugt víðari til nýtt stað, og fólk tosaðu mangan um lítillatni, falsloysi og frómleika hansara. Í mongum føri spurdu áhoyrararnir ikki eingang hvaðani hann kom ella fór. Tey vóru so ovfarin, takksom og glað, at tey ikki hugsaðu um at spyrja hann. Táið tey bjóðaðu honum við til hús, svaraði hann, at hann skuldi vitja onnur glatað í fylginum. Var hetta ein eingil av Himli, spurdu tey aftaná?

Í mongum føri sóu tey ongantíð hendan sannleikans boðbera aftur. Hann helt fram ferð sína til onnur lond, kanska sat hann í fangahúsi ella hevði hann mist lívið sum pínslaváttur fyri trúnna. Men orðini, hann hevði talað, livdu og virkaðu í mannahjørtum. Tey vælsignaðu úrslitini verða ikki kend til fulnar fyrr enn á dómadegi.

Krossferð ímóti valdensunum
Valdensiskir trúboðarar gjørdu innrás í Satans ríki, og myrkursins maktir vaknaðu á varhaldinum. Óndskapsins høvdingi fylgdi væl við hvørji roynd at fremja sannleikans sak. Umboðsmenn pávans sóu arbeiðið hjá hesum eyðmjúku handilsmonnum sum eina hóttan. Um sannleikans ljós ótarnað fekk loyvi at brenna, fór tað at sópa tungu skýggini burtur av skeivu læruni, sum fólkið var sveipað inn í. Um tankarnir hjá fólki vórðu leiddir til Guds eina, fór tað at beina fyri yvirvøld romakirkjunnar.

Hesi, ið hildu fast við fyrstu trúnna, vóru áhaldandi vitnisburður um fráfall romakirkjunnar, og tí vórðu tey hatað og eirindaleyst jagstrað. Rom góðtók ikki, at tey noktaðu at lata skriftirnar frá sær. Nú komu tær ræðuligu krossferðirnar ímóti fólki Guds við heimstaði í fjøllunum. Inkvisatoriskir dómstólar fóru at døma og avrætta. Søgan um Abel, sum Káin drap, endurtók seg aftur og aftur.

Ferð eftir ferð vórðu teirra fruktagóðu akrar oyddir, bústaðir og bønhús slættað við jørðina, so einans oyðin villmark stóð eftir, har ósek og ágrýtin fólk høvdu havt síni heim og røktað jørðina.Tað var líka sum øðin hjá einum rovdýri økist, táið tað sansar blóð, tí soleiðis vaks øði papistanna av at sansa líðingarnar hjá ofrum teirra. Nógv vitni við tí sannu trúnni vórðu jagstrað um fjøll og dalar, har tey funnu verjuna í stórum skógum og ímillum skorar og klettar fjallanna.

Eingin kundi lasta hesum menniskjum fyri nakað ómoralskt. Sjálvt fíggindar bóru teimum, at tey vóru friðarlig, still og gudsóttandi. Teirra misbrot var, at tey ikki vildu tæna Gudi soleiðis sum pávin ynskti. Hetta “brot” gjørdi, at tey komu út fyri allari hesari eyðmýking, vanæru og píning, sum fólk og djevlar kunnu finna uppá.

Táið romakirkjan hevði avgjørt at týna hesa hataðu sekt, sendi pávin eina hátíðarliga kunngerð, eina pávabullu, har hann dømdi tey sum trúarvillingar og gav teimum deyðadómin. Tey vórðu ikki ákærd fyri at vera yrkisloysingar, svikarar og ófriðarkroppar; nei, ákæran var, at tey høvdu ført seg fram við slíkum gudsótta og frómleika, sum lokkar “seyðin í hini sonnu gonguni.” Tí gav pávin hesi boð, at “hendan ónda og viðurstyggiliga sektin av óndum verum . . . skuldi knúsast sum eiturslangur, um tey noktaðu fyri at avnokta trúgv sína.”7

Væntaði hesin hugmóðsins harri at møta orðunum aftur? Visti hann, at tey vóru skrivaði í Himmalsins bøkur, og at hann møtir teimum aftur í dóminum? “Tað, sum tit hava gjørt ímóti mínum minstu brøðrum, hava tit gjørt ímóti mær.”8

Pávabullan eggjaði øllum limum kirkjunnar til at luttaka í krossferðini ímóti trúarvillingunum og fyri at elva til størri luttøku í hesi ræðuligu ætlanini,“strikaði hann kirkjuligar revsingar, vanligar og serligar.Hann loysti øll, sum luttóku í krossferðini, frá at svørja eið. Bullan lógfesti rættin til ogn, sum tey kanska sótu á av órøttum, og bullan lovaði øllum, sum drópu trúarvilling syndafyrigeving.Pávans kunngerð strikaði eisini allar sáttmálar, sum komu valdensum til góðar, og álegði tænastufólkum teirra at rýma frá teimum, og bannaði øllum at veita teimum nakra sum helst hjálp, og heimilaði øllum at kunna leggja hald á ognir teirra.”Skjalið vísti sera skilliga meistaraheilan handan tað. Hetta var skrivaða brøl drekans og ikki rødd Krists sum hoyrdist av innihaldinum.

Leiðarar kirkjunnar vildu ikki laga lívið eftir fyrisettu málunum í lóg Guds.Teir tóku tað teimum dámdu, og gjørdu so av at noyða øll onnur at gera sum teir, tí romakirkjan forlangaði tað. Her hendu ræðuligastu sorgarleikir, sum hugsast kunnu. Spillufongdir og gudsháðandi prestar og pávar framdu verk, sum Satan útlutaði.Teir áttu onga miskunn. Sami andin, sum krossfesti Jesus og drap ápostlarnar, og sum fekk hin blóðtysta Nero til at drepa hini trúføstu í hansara tíð, royndi nú aftur at týna hesi menniskjuni burtur av jørðini, sum Gud elskar.

Hesi gudsóttandi fólk bóru við stórum úthaldni alla jagstran, sum logaði í øldir. Tey vóru til stóra æru fyri sín Endurloysara. Hóast gjørdar vórðu krossferðir ímóti teimum, og tey á ómenniskjaligan hátt vórðu høgd niður, so hildu tey fram við at senda trúboðarar út við tí dýrabara evangeliinum.Tey vórðu jagstrað inn í deyðan, men blóð teirra gav vætuna til tað sáð, sum varð sáað, og fruktin kom eisini. Á henda hátt vitnaðu valdensarnir um Gud í fleiri øldir undan føðing Luthers.

Í londunum, sum tey vórðu spjadd út til, sáddu tey hesi fræ, sum seinni mentu seg til trúbótina, eina trúbót, sum byrjaði á tíð Wiclifs, og vaks seg stóra og sterka á tíð Luthers, og skal halda áfram til verðins enda av teimum, sum eru til reiðar at ofra alt “.... fyri orð Guds skuld, og fyri vitnisburð Jesu skuld.”