Bardagin Mikli kapitel 40. Fra side 635tilbage

Afturkoman og uppreisnin

Táið ógildingin av lógarverjuni til tey trúgvu nærkast, sum halda fast í lóg Guds, takað rørslur seg samstundis upp í fleiri londum, sum vilja oyða ta hataðu sektina. Ta somu náttinaavgera tey at beina fyri hesari frávíkjandi og átalandi røddini.

Tað stóra umskiftið
Fólk Guds – bæðitey í klivum og tey, sum krógva seg í skógum og fjøllum – biðja áhaldandi um verju Guds, ímeðan herar av vápnaðum monnum, eggjaðir av óndum einglum, fyrireika seg til at slátra. Men táið neyðin er størst, kemur Ísraels Gud upp í leikin og bjargar sínum útvaldu. So sigur Harrin: ”Songur tykkara skal ljóða sum ta náttina høgtíðin byrjar, og hjartans gleði skal vera, sum tá ið við floytuspæli verður farið niðan á fjall Harrans, til klett Ísraels. Harrin skal lata ljóða veldugu rødd sína og vísa arm sín, sum slær niður í brennandi vreiði og við oyðandi loga, í stormi, grovregni og heglingi.”

Rópandi sigur, illbønir og háðandi orð kasta teir óndu flokkarnir seg yvir sín ætlaða fong, men í somu løtu verðurbølamyrkt, myrkari enn myrkasta náttarmyrkur. Síðani kemur ælabogin við skyggjandi dýrd frá trónu Guds fevnandi um allan himmalin og hann tykist at fevna hvønn biðjandi bólk sær. Vreiðu fjøldirnar steðga og háðandi rakstrarrópini tagna. Morðfúsa ørindið er gloymt. Við ræðslunar illgruna stara tey á misbrúkta sáttmálatekin Guds og leingjast bara eftir vernd fyri tí ovursterka ljósi.

Fólk Guds hoyra eina klára ljómandi rødd, sum sigur: “Hyggið upp!” Og tá tey venda eyguni upp ímóti himli, síggja tey ælaboga sáttmálans. Tey svørtu og hóttandi skýggini hava nú spjatt seg, og sum Stefanus á sinni, síggja tey nú inn í Himmalin. Tey síggja dýrd Guds og Menniskjasonin sita á trónu sínari. Á hansara ovurvøkru fagnarligu útsjónd síggjast eisini merkini frá hansara eyðmýking og av varrunum hoyra tey áheitanina á Faðirin og góðu einglarnar: ”Faðir! Eg vil, at har sum eg eri, skulu eisini tey, sum tú hevur givið mær, vera hjá mær.”

Aftur hoyristrødd, vøkur og sigrandi: “Tey koma! Tey koma! Heiløg, óskalað og ódálkað. Tey hava hildið fast við orð mítt í úthaldni, og tey skulu ferðast ímillum einglarnar.“ Við bleikum skjelvandi varrum hevja tey seg í felags sigursrópi, tey, sum hildu fast um trúnna.

Náttúrumáttir í virksemi
Um midnáttarleitið vísir Gud máttin og fríar fólk sítt. Sólin rísur og skínur í fullum ljósi. Tekn og undur koma koma við stuttum millumbilum. Tey gudleysu hyggja óttafull og undrandi, ímeðan tey rættvísu í hátíðarligari gleði skoða teknini um frelsu sína. Alt í náttúruni er broytt og drigið úr javnvág.Áarløkir steðga. Tungskýggj bresta saman. Men mitt á tí illfýsna himmalinum er eitt skýfrítt petti, sum lýsir við ómetaligari dýrd. Haðani hoyrist rødd Guds eins og eitt hart fossadun og sigur: ”Tað er gjørt!”

Røddin fær himmal og jørð at skelva og”stórur jarðskjálvti kom, slíkur, sum ikki hevur verið, frá tí at menniskju vórðu til á jørðini.”4Himmalhválvið tykist opna og loka seg. Dýrdin frá trónu Guds glampar. Fjøllini sveiggja sum rørgras í vindi. Skurslut grót og risa klettar tveitast higar og hagar. Brølandi ljóð ýla av ódnarveðri eins og illir andar eru farnir á týningarferð. Og havið øsir segí skúm við glaðustrokum og brøttum bylgjum. Øll jørðin bólgnar og dandar sum havsins aldur.

Jørðskorpan skrædnar og grundvøllurin rillar. Heilar fjallarøðir smokka og oyggjar hvørva í havið. Havnabýir, líka spiltir sum Sodoma, fjalast undir illum flóðaldum. Bábylon, hin stóri staður, er komin Gudi til hugs, og hann rættir honum ”vínbikarið við strongu vreiði síni”5Stórir heglingar, 100 pundtungir, gera sínar oyðingar.Stóru býir heimsins leggjast í oyði. Prýðisborgirnar, sum stórmenn oyðslaðu sítt ríkidømi til fyri at hálova sær sjálvum, smildrast til steinrúgvir fyri eygum teirra. Fongsulsmúrar rapla, og fólk Guds, sum sótu fongslaði fyri trúnna, gerast fræls.

Gravir opnast og ”mong, sum í moldini sova,vakna, summi til ævigt lív, og summi til skomm og æviga andstygd.”Øll, sum deyð eru í trúnni á triðja eingils boðskapin, koma dýrdargjørd upp úr grøvini fyri at hoyra Guds friðarsáttmála, tey, sum hava hildið lóg hansara. Eisini tey vakna, “sum hava gjøgnumstungið hann,”6hesi, sum spottaðu og háðaðu Kristus í deyðastríðnum.Allir sannleikans beiskastu fíggindar fáa nú loyvi til at reisast upp at skoða hann í dýrdini og fáa nú at síggja tann heiðurin, sum lutaður er teimum trúføstu og lýdnu.

Tað rekur tjúkt á luftina, men í løtum vinnur sólin fram sum eitt hevndareyga frá Jehova. Snarljós blunka um allan himmalin og upplýsa jørðina í logandi eld. Handan torubuldrini hoyrast loyndarfullar grøtiligar røddir kunngera dómin yvir tey gudleysu. Ikki øll skilja orðini, men følsku lærararnir skilja tey. Teir, sum stutt síðani vóru so eirindarleysirog meinfýsnir í grimdarhugi ímóti fólki Guds, sum hava hildið fast við øll 10 boðini. Teir hvøkka við og skjelva av ótta. Neyðarrópini hoyrast ígjøgnum ta uppøstu náttúruna. Illir andar játta guddómsleika Krists og skjelva fyri megi hansara, ímeðan ræðslusligin fólk bønfalla um náði og krúpa vanvirðisliga runt í skelki.

Harrans dagur sum afturkomudagurin
Profetar í gomlum døgum sóu Harrans dag í sjón og søgdu: ”Rópið og venið tykkum! Tí dagur Harrans er nær, hann kemur sum oyðing frá hinum Alvalda.”. . .“Far inn í bergi, fjal teg í dustinum fyri ræðslu Harrans og fyri dýrd hátignar hansara! Menniskjan skal sláa niður stoltu eygu síni, hugmóð manna skal verða boygt, og hin dag skal eingin vera høgur uttan Harrin. Tí dag hevur Harrin Gud herskaranna sett til dóm yvir alt stolt og høgt, yvir alt tað, sum lyftir seg upp – tað skal verða eyðmýkt.” . . . “Tann dag skulu menniskjuni kasta gudar sínar av silvuri og gulli, sum tey hava gjørt sær at tilbiðja, fyri muldvørpur og flogmýs og fara inn í gjáir fjallanna og í bergskorar fyri ræðslu Harrans og dýrd hátignar hansara, táið hann reisir seg og ræðir jørðina.”

Í einum glotta glampar ein stjørna, hvørs ljós ferfaldast av muninumtiltøttu myrku skýggini. Hendan stjørnan heilsar teimum trúgvandi boðini um gleði og vón, men hinum eina stranga vreiði, sum brotið hava lóg Guds. Tey, sum ofraðu alt fyri Kristus, kenna seg nú trygg undir Harrans verju. Tey eru roynd og hava ímóti heiminum og fíggindum sannleikans sýnt trúskap sín ímóti honum, sum doyði fyri tey. Ein undurfull broyting er hend teimum, sum hava staðið andlit til andlits við deyðan, men hildu tó fast um trúnna. Knappliga eru tey bjargað úr hesum ræðuliga harðskapinum, sum framdur varð av fólki, sum broytt vórðu til illar andar. Andlit teirra, sum kort síðani vóru bleik og forpínd, lýsa nú upp í undran, trúgv og kærleika. Røddirnar tríva í lovsangir: “Gud er okkara skjól og styrki, ein hjálp í angist, royndur til fulnar.”. . .“Tí óttast vit ikki, um so jørðin umskiftist, og føllini stoytast niður í havsdýpið, .....”

Ímeðan hesir sangir fullirav heilagum áliti stíga upp til Guds, verða skýggini sópað til viks og ein stjørnustroyddur himmal kemur hugtakandi til sjóndar, sum er beint øvutur av tí myrka og vreiða himmalhválvinumbáðu megin við. Dýrdin frá himmalska staðnum streymar úr upplatnu portrunum. Og síðani kemur ein veldig hond til sjóndar á himmalin, sum heldur tveimum steintalvum. Profeturin sigur:”Og himmalin kunngerð rættferð hansara, at Gud er tann, ið dømir.”9 Hendan sama heilaga og rættvísa lóg Guds á tveimum talvum, sum varð boðaðvið toru og eldi á Sinajfjalli til at vera mátiband menniskjunnar, opinberast nú aftur sum mátistokkur dómsins. Hondin letur talvurnar upp og tíggju boðini koma til sjóndar við skrift líknandi eldi. Orðini eru so greið, at øll fáa lisi tey. Minnini vakna og myrkur frá yvirtrúgv og villleiðingum feigast burtur. Stuttu og greiðu boð Guds við ævigum myndugleika verða sæð av øllum á jørðini.

Tað er ógjørligt at lýsata ræðslu og vónloysi, sum tey uppliva, sum traðkað hava ásetingar Guds undir fótum. Harrin gav teimum lóg sína. Og tey kundu samanborið lyndið við hana og viðgingið syndirnar ímeðan tíð var, iðra seg og vent við. Men tey valdu heimsins tokka. Tey settu ásetingar hennara til viks og lærdu onnur at gera tað sama.

Tey hava enntá noytt fólk Guds til at vanhalga heilaga sabbat hansara. Nú verða tey sjálv dømd av lógini, sum tey vanvirdu. Á óhugnaligan hátt er tað nú vorðið teimum greitt, at tey onga umbering hava.Tey valdu sjálv hvønn tey tæntu og tilbóðu. “Tá skulu tit aftur síggja mun á hinum rættvísa og hinum gudleysa, á tí, sum tænir Gudi, og tí, sum ikki tænir honum.”

Tey fíggindaligu sinnaðu til lóg Guds frá prestum til leikfólk, fáa nú eina aðra fatan av sannleika og lýdni. Nú, tá ov seint er, ásanna tey, at fjórða boðsins sabbaturin er livandi Guds innsigli. Ov seint síggja tey falska sabbatsins natúr og at tey bygdu á eitt fals. Tey skilja, at tey hava stríðst ímóti Gudi.

Prestar og aðrir trúboðarar hava leitt fólk í glatan, táið teir lótust at leiða tey til Paradís. Ikki fyrr enn á evsta degi verður sæð, hvussu stóra ábyrgd trúboðararátókusær og hvussu ræðuligar fylgjur trúloysið fekk. Ikki fyrr enn í ævinleikanum fara vit rættuliga at kunna meta um missin av hvørjari einastu sál, sum fekk ræðuliga dómin: “Fær burtur frá mær tú óndi tænari!”

Av Himli hoyrist rødd Gudsboða dagin og tíman fyri Jesu afturkomu og hon boðar eisinitann æviga sáttmálan við fólk sítt. Orðini ljóða hart sum táið toran dundrar og hoyrast kring alla jørðina. Andaliga Ísrael, Guds fólk, stendur kvirt og lurtar við eygunum vendum ímóti himli. Andlitini lýsast upp av dýrd hansara og ljóma eins og andlit Mósesar, táið hann kom niður av Sinajfjalli. Tey gudleysu orka ikki at síggja tey. Og táið signingin verður lýst yvir tey, sum ærdu Gud við millum annað at halda hansara heilaga sabbat, ljóðar eitt veldugt sigursróp.

Kristi afturkoma
Eitt lítið svart skýggj kemur til sjóndar í eystri. Tað er í fyrstuni bert til helvtar av mannshond til støddar. Hetta skýggj slær ring kring Frelsaran, sum í frástøðu tykist vera huldur í myrkri. Guds fólk veit at hetta er tekin Menniskjasonarins. Í hátíðarkvirru stara tey upp at skýgginum, sum nærkast jørðini og gerst alt ljósari og bjartari, til tað verður til eitt stórt hvítt skýggj, sum í neðra glæmar sum ein alt tærandi eldur og í erva er randað við ælaboga sáttmálans.

Jesus kemur sum veldugur sigurharri - ikki sum “pínunar maður”, at drekka beiska kalik skomm og líðings, men sum Himmalsins og jarðarinnar sigrandi Harri, ið skal døma livandi og deyð. “Trúfastur og sannorðaður,” . . . ”Hann dømir og stríðist við rættvísi”. . .“Og teir himmalsku herskararnir” fylgjastvið honum. Ein óteljandi einglaskari kemur við og teir syngja við himmalskum tónum. Himmalhválvið tykist at vera fult av ljómandi skepnum – “Tíggjutúsund tíggjutúsundir og túsund túsundir.”

Eingin pennur er til í mannahondum, sum kann lýsa hendan sjónarpallin og eingin deyðiligur er førur fyri fata tess skrúð og dýrdleika. “Hátign hansara fjalir himmalin, og jørðin er full av dýrd hansara. Skyn sum sólarljósið stígur upp; geislar eru rundan um hann; ið teimum er veldi hansara fjalt.”

Nú hettar livandi skýggj framvegis nærkast, sær hvørt eyga lívsins fúrsta. Eingin tornakrúna misprýðir høvdið, men dýrdarinnar krúna hvílir á heilaga enni hansara. Ásjónin strálar bjartari enn skynið frá middagssólini.“Á kappa og á lendum sínum hevur hann navn skrivað: Kongur konganna og Harri harranna.”

Tey tætt við spyrja:“.... hví eru øll andlit vorðin líkbleik?”Og tey sum avvístu náði Guds uppliva vónleysa ræðslu.”Hjørtu eru í angist, knøini skelva,. . . øll andlit skifta lit.”13Eisini tey rættvísu rópa skjelvandi:“Hvør kann standa seg?”Einglanna sangur steðgar. Hátíðartøgn! Tá hoyrist Jesus siga: “Náði mín er tær nokk.” Andlit teirra rættvísu lýsa nú upp, og hjørtuni fyllast við gleði. Einglarnir leggja nú fyri við enn hægri tónalagi, og syngja aftur ímeðan fylgið nærkast jørðini.

Umgirdur av logandi eldi kemur Kongur konganna niður á skýnum. Himmalin rullast saman sum ein bókarulla, og jørðin skjelvur fyri honum. Fjøll og oyggjar flyta seg.“Gud okkara kemur og skal ikki tiga; oyðandi eldur gongurfyri ásjón hansara, og rundan um hann leikar stormur í; Hann kallar á himmalin har uppi – og á jørðina til at døma fólk sítt.”. . .

“Kongar jarðarinnar, stórmenninnir, herhøvdingarnir, hinir ríku, hinir veldugu og hvør trælur og hvør frælsur – teir fjaldu seg í hellum og í bergskorum. Teir søgdu við fjøllini og hamrarnar: »Fallið yvir okkum og fjalið okkum fyri ásjón hansara, sum í hásætinum situr, og fyri vreiði Lambsins«!”

Spottandi orðini eru tagnað. Varrar vanar við at lúgva, tiga núí ótta.Vápnagangur, stríðsrokilsi og “hvørt hvørt plagg, sum dálkað er í blóði, skal brennast og enda sum føði eldsins.”16 Nú er einans bøn, grátur og eymkan. Og tá kemur út av onkrum varrum, sum fyrr spottaðu: “Stóri vreiðidagur hansara er komin, hvør er tá førur fyri at standa seg?” Tey gudleysu vilja nú heldurverða jarðað undir klettum, enn at møta honum, sum tey hava vanvirt og vrakað.

Tey kenna røddina, sum letur oyruni upp á teimum deyðu. Hvussu ofta hevur hon ikki eymliga kallað á tey! Hvussu ofta hava tey ikki hoyrt hana frá einum vini ella bróðuri. Fyri tey, sum vrakaðu náði Guds, fær eingin rødd verði meira ákærandi og fordømandi enn hendan rødd, sum so leingi bønaði ogbað tey um at umvenda seg:”So satt sum eg livi – sigur Harrin Harrin – havi eg ikki gleði av, at hin gudleysi doyr, men av, at hin gudleysi vendir við frá atburði sínum, og livir! Vendið við, vendið við av óndu leiðum tykkara! Hví vilja tit doyggja, hús Ísraels?”Nú ynskja tey inniliga, at hendan røddin var teimum fremmand! Jesus segði:”Við tað, at tit vildu ikki hoyra, táið eg rópti, við tað at eingin gav tí gætur, táið eg rætti út hond mína, og við tað, at tit vanvirdu øll ráð míni og vildu ikki vita av revsing míni, so .....”Hendan røddin vekir minnir, sum tey fegin vildu gloymt – vanvirdar ávaringar og innbjóðingar, sum tey slóu av og tá vrakaðu síni frítt givnu framíhjárættindir.

Her eru tey, sum háaðu Jesus í eyðmýkingini. Stúrin minnast tey nú afturá kláru og týðuligu orð pínda Frelsarans, tá hann varð tráspurdur av høvuðsprestinum og hátíðarliga vissaði tey:”Tó, eg sigi tykkum: Hereftir skulu tit síggja Menniskjasonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma á skýggjum himmalsins.”18Og nú síggja teir hann í dýrdleikanum, og skulu skjótt síggja hann sita við høgru hond hins Almáttuga.

Tey, sum speiróku og flentu, táið hann segði seg vera Son Guds, eru nú málleys. Her stendur braneggjaði Heródes, sum gjørdi gjøldur úr hansara kongaheiti og bað sínar skammleysu hermenn krúna hann. Teirra vanhalgaðu hendur løgdu reyðan kappa um akslarnar, settu tornakrúnu á ennið og løgdu grasrør ímyndandi kongastav í kraftaleysu hondina, og boygdu seg síðani blasfemiska fyri honum. Hesir menn, sum slóu og spýttu á lívsins fúrsta, venda sær nú burtur frá hansara borandi eygum. Tiknir á bóli vilja teir nú flýggja frá dýrdarfullu nærveruni.Teir, sum bankaðuspíkar í hendurnar og føturnar, umframt hermaðurin, sum boraði eitt spjót í síðuna á honum, síggja nú allir við ótta og iðrandi samvitskukvøl øll sármerkini.

Prestar og ráðharrar minnast óhugnaliga væl tað, sum hendi á Golgata. Við nøtran og ræðslu minnast teir eisini, hvussu teir ristu við høvdinum og við devulsettari frøi søgdu: ”Onnur hevur hann frelst. Seg sjálvan kann hann ikki frelsa! Hann er jú kongur Ísraels! Lat hann nú koma niður av krossinum, so skulu vit trúgva á Hann! Hann leit á Gud! Hann frelsi hann nú, um hann leggur nakað í hann! Hann hevur jú sagt: »Eg eri Sonur Guds!«”

Teir minnast eisini líknilsið um víngarðsmenninar, sum noktaðu at geva húsbónda sínum fruktina av víngarðinum, og sum fóru illa við hansara tænarum og til síðst drupu Sonin. Og teir minnast eisini ádómin, sum teir søgdu yvir seg sjálvar: “Vanlukkuliga fer hann at gera enda á hesum illgerðarmonnum......”(Matt 21:41a)Í syndini og revsingini, sum teir ótrúgvu víngarðsmennir áttu á, kenna prestarnir og teir elstu seg nú aftur íhesari ákæruni tilegnu lívsleið sína. Í deyðakvølini rópateir nú enn harðari, enn tað á sinni varð rópt: “Krossfest! Krossfest!”Og tá hoyrdist hettar rópið frá jødiska harkaliðinum út um allar geilar Jerúsalems. Í hesari vónloysis savningini hoyrist eisini: “Hann er Sonur Guds! Hann er veruliga Messias!”Teir royna nú at flýggja undan Kongi konganna út í holir og hellir jarðarinnar, sum er sundurrivin av náttúrunnar øði, men allar royndir at krógva seg eru til fánýtis.

Deyð rísa upp
Øll, ið vrakað hava sannleikan, uppliva viðhvørt løtur, táið samvitskan vaknar, og tað koma tá fram pínufull minnir um eitt hyklandi lív og sjálvsákærur harma sálina. Men hetta er lítið afturímóti tí angri og sjálvsbrigdan, sum teir fara at føla tann dagin, “tá tað, ið tit óttast sum eitt ódnarveður, kemur” og ”vanlukkan nærkast tykkum sum ein stormur.”Tey, sum høvdu í kvittanum at týna Kristus og øll hansara, síggja nú dýrdina, sum hvílir á teimum. Mitt í allari ræðsluni hoyra tey hini heilagu rópa av frøi: “Hyggið! Har er Gud okkara, hann sum vit bíðaðu eftir, og skuldi frelsa okkum, hetta er Harrin, sum vit bíðaðu eftir – Latið okkum fegnast og gleðast í frelsu hansara!”

Ímeðan jørðin dandar og skelvur, snarljós blunka og toran gongur við buldur og brak, kallar Sonur Guds tey heilagu sovandi at koma upp úr grøvini. Hann lítur at grøvum teirra rættvísu og lyftur hendurnar upp ímóti himli og rópar: “Vaknið, vaknið, vaknið tit sum í moldini sova og rísið upp!” Allastaðni kring jørðina hoyra tey deyðu rødd hansara, og tey, sum hoyra, skulu liva. Øll jørðin endurljóðar nú av tí ómetaliga stóra skara frá øllum tjóðum, ættarbólkum, tungumálum og fólkum. Úr fongsli deyðans koma tey nú ílatin ódeyðiligan klædning og rópa: “Deyði, hvar er sigur tín? Deyði, hvar er broddur tín!”21Bæði tey enn livandi rættvísu og tey upprisnu rættvísu, leggja nú røddir sínar saman í eitt felags langt og hart sigursróp av gleði.

Øll koma tey úr grøv síni í somu likamsstødd, sum tey vórðu grivin. Adam er í upprisna skaranum og sera stórur tignarmaður. Hann er bert eitt vet minni enn Sonur Guds. Hann brýtur nógv frá seinni ættarliðunum. Tað sæst týðuliga hvussu mannaættin er úrkynjað (degenererað; beint øvut av menningarástøði úr 19. øld).

Men øll tey frelstu rísa við ungdómsins æviga frískleika.Í fyrstuni varð menniskjað skapað í Guds mynd, og ikki einans av lyndi, men eisini í tess ytri útsjónd við andlitsbragdi og so frameftir. Men syndin hevur avskeplað og næstan týnt Guds mynd. Kristus kom fyri at endurskapa tað mista. Hann vil broyta ússaligu likam okkara og evna tað til av nýggjum eftir dýrdarfulla skapinum á sær sjálvum, so tað aftur fer at líkjast honum bæði í lyndi og í skapi.

Hetta deyðiliga og skroypiliga vakstrarlag, dálkað av synd, verður aftur fullkomið vakurt og ódeyðiligt. Øll lýtir og brek verða eftir í grøvini. Tey frelstu, ið aftur fáa atgongd til lívsins træ, og vilja nú at vaksa upp til somu likamshædd, sum fólk høvdu í fyrstani. Tey“fara at spæla sum gøðingarkálvar.”(Málakias 4:2). Øll spor av syndarinnar banning eru tikin burtur og Kristi trúføstu fara at gerast spegilsmyndir av fullkomna vakurleika Harrans, Gudi sínum. O sæla frelsa, sum komin er, hendan, sum vit so leingi talaðu um og vónaðu eftir, men ongantíð til fulnar skiltu!

Í somu løtubroytast tey rættvísu livandi, og eru tá tignargjørd við rødd Guds. Tey frelstu, sum eru livandi við afturkomuna, verða gjørd ódeyðilig saman við teimum upprisnu og verða samtundis tikin upp í luftina fyri at møta Harranum. Einglarnir “savna hansara útvaldu saman frá øllum fýra hornum jarðar og frá himmalsins uttastu mørkum.” (Markus 13:27) Heilagir einglar leggja tey smáu børnini í armarnar á mammu sínari. Vinir, sum deyðin so leingi hevur skilt, hittast nú og skulu ongantíð skiljast aftur. Og syngjandi av gleði fara tey øll saman á rúmdarferð upp til Guds stað.

Á báðum síðum skýfarsins eru veingir, og undir farinum eru livandi hjól. Meðan vognurin ekur fram á leiðini, rópa hjólini: “Heilagur!” Meðan veingirnir røra seg, rópa teir: “Heilagur!” Og einglaskarin rópar: “Heilagur, heilagur, heilagur er Harrin, Gud hin Almáttugi!”Og øll tey frelstu rópa samfeld: “Halleluja!”ímeðan skýfarsvognurin ferðast víðari til nýggja Jerúsalem.

Nýggja Jerusalem
Innan Frelsarin fer inn í staðin, gevur hann øllum í ferðaliðinum hvørtsítt egna sigurstekin og prýðir tey við symbolum, sum vísa teirra kongaligu tign. Klødd í skyggjandi búnarverður ein rekkja skipað í ferhyrningi við Konginum í miðjuni, hvørs kropsburður og hátign hevjar segyvur bæði einglar og frelst.

Hann brosar blíður við inniligum kærleika. Hvørt eyga í frelsta skaranum er vent móti honum og øll skoða dýrd hansara, sum fyrr er vorðin lýstur:”So ómenniskjaliga vesalur sá hann út, hann líktist ikki menniskjabørnum.”Jesus setur sjálvur dýrdarkrúnur á høvd teirra sigrandi. Øll fáa eina krúnu við “nýggja navni” sínum undir felags áskriftini: ”Halgaður Harranum.”Tey fáa nú eisini handað hvør sína sigurspálmu og eina fína hørpu.

Táið erkieingilin slær tónan ann, spælir hvør hond straks á streingir hørpunnar við vandum taki og vakrastu tónleikarnir ljóma. Øll hjørtuni pipra í ólýsandi frøi, og allar røddir hevja seg í lovsongi til “hann, sum elskar okkum og hevur loyst okkum frá syndum okkara við blóði sínum og gjørt okkum til kongaríki, til prestar fyri Gudi, Faðirisínum! Honum veri dýrd og máttur í aldur og allar ævir!”. . .

Framman fyri tann endurloysta skaran er heilagi staðurin. Jesus letur upp perluportrini á víðan vegg, og allar tjóðir, sum hava hildið fast við sannleikan, fara inn. Tey síggja Paradís Guds, heimið hjá Adami, meðan hann enn var ósekur. So hoyrist ein rødd, sum er vakrari enn tónleikur: “Stríð tykkara er endað!” . . . “Komið higar, mín Faðirs vælsignaðu! Arvið ríkið, sum hevur verið tykkum fyrireikað, frá tí at heimurin varð grundaður.”

Nú er bøn Frelsarans fyri lærusveinunum uppfylt: “Faðir, eg vil, at har sum eg eri, skulu eisini tey, sum tú hevur givið mær, verða hjá mær!” . . .

“Honum, sum er mentur at varðveita tykkum frá falli og lata tykkum stíga fram fyri dýrd sína, ólastandi í gleði.” Ja, soleiðis lýsir Jesus tey, sum hann hevur keypt fræls við blóði sínum, og hann sigur tá við Faðirin: “Her eri eg og tey børn, tú hevur givið mær.” . . .”Tey, tú gavst mær, havi eg varðveitt.”23 Á tann undirfulli frelsandi kærleiki! Hendan hugtakandi dýrdarløtan, táið hin ævigi Faðirin sær mynd sína aftur í teimum endurloystu frá jørðini, nú avskepling syndarinnar og bann hennara eru tikin burtur og menniskjan aftur er í fullum samljóði við hitt guddómliga!

Við ósigandi kærleika bjóðar Jesus fólki sínum, trúføstu brøðrum og systrum sínum, vælkomnum inn til Harrans gleði. Frelsarans gleði er ómetalig at síggja hesar sálirnar í dýrdarríkinum, sum eru frelstar um pínu og eyðmýking. Og tey endurloystu fáa lut ígleðini, táið tey millum hini signaðu eisini síggja tey, sum við bønum og kærleiksfullari uppofran eru vunnin fyri Kristusi.

Savnandi kring ta stóru hvítu trónuna, fyllast hjørtuni aftur við ósigandi frøi, táið tey eisini síggja tey, sum tey hava vunnið fyri Kristusi, og síggja tey aftur hava vunnið onnur, sum uppaftur hava vunnið onnur. Nú hava tey øll vunnið upp friðarhavn, og leggja krúnur sínar fyri føtur Jesusar og prísa honum í allar ævir.

Eitt nýtt paradís - Fyrsti og annar Adam møtast
Táið tey við loysigjaldi frelstu verða boðin vælkomin í stað Guds, fyllist luftin við gleðisrópum. Fyrsti og annar Adam skulu nú hittast. Sonur Guds stendur við strektum ørmum og tekur ímóti okkara fyrsta ættfaðir – hetta menniskja, sum hann skapti og syndaði ímóti Skapara sínum. Adam veit at Frelsarin fyri hansara skuld ber arr frá krossfesting. Tá hann sær merkini eftir ræðuligu spíkarnar, leggur hann seg ikki í favn Jesusar, men tveitir seg eyðmjúkur fyri føtur hansara og rópar: “Verdugt, verdugt er Lambið, sum varð dripið!”Frelsarin reisir hann eymliga upp og biður hann enn einaferð líta at Eden, sum hann so leingi hevur verið í útlegd frá.

Eftir at vera dømdur í útlegd úr Eden, fyltist lívið á jørðini við sorg. Hvørt følna blað og hvørt ofra djórskemdi náttúruna, eins og hvør dálkandi blettur á reinleika menniskjans, var ein nýggj áminning um sína egnu synd. Við ræðuligum samvitskubiti sá Ádam hvussu óndskapurin bara vaks og breiddi seg. Og tá hann áminti onnur, mátti hann hoyra seg sjálvan hartaðan við ábreiðsluni um, hvørátti orsøkina til syndina og ringa standina av henni.

Í næstan túsund ár mátti Ádam eyðmjúkttola revsingar fyri sítt brot. Hann angraði syndina av heilum hjarta og setti alt álitið á tann fyrijáttaða Frelsaran og doyði í vónini um aftur at skula liva. Sonur Guds endurloysti menniskjuni frá ósigri ogfalli Adams. Og takka veri hansara sáttargerð, er hann nú settur aftur í sítt fyrsta harradømi, sjálvstýrandi land (dominion).

Bergtikin og eydnuríkur sær hann trøini aftur, sum fyrr vóru honum rein fragd og hann glaður og ósekur hentaði frukt av. Hann sær vínviðargreinar við stórumvínberjatyssum, líknandi teimum, sum hann sjálvur bant upp. Hann sær blómur, sum hann elskaði at røkja. Hann sær, at alt hetta veruliga er tað endurreista Eden, bara uppaftur vakrari enn, táið hann varð bannaður og rikin út.

Frelsarin leiðir hann yvir til lívsins træ, hentar gyltu fruktina og bjóðar honum at eta. Hann hyggur runt um seg og sær stóra skaran av ættarfólki sínum standa frelst í paradísi Guds. Tá kastar hann krúnu sína fyri føtur Jesusar og fevnir Frelsaran. Hann spælir síðani á gullhørpunnar streingir og himlahválvið endurljóðar tá av fagnaðar sanginum: “Verdugt, verdugt, verdugt er Lambið, tað slaktaða, sum aftur livir.”Eisini ættarfólk Adams taka undir við sanginum, og kasta krúnur sínar fyri føtur Frelsarans, ímeðan tey boyggja seg í tilbiðjan.

Hendan ættarsavningin verður sæð av teimum somu einglum Himmals, sum grótu við fall Adams og frøddu seg, táið Jesus eftir uppreisn sína,aftur steig upp til Himmalin, eftir at hava latið grøvina upp fyri øll, sum trúgva á navn hansara. Nú síggja einglarnir frelsuverkið fullgjørt og syngja við samfeldum røddum lovprísandi sangir.

Eitt kosið fólk
Á kláraglarhavinum skamt við trónuna geislar alt av dýrd Guds. Her eru øll hjá, sum“farin eru sigrandi út av stríðnum við djórinum og tess mynd og tess navns tali.

Við “hørpum Guds” standa tey 144.000 útloystu frá mannaættini saman við Lambinum á Zions fjalli. Her er alt umhvørvið fylt við brúsandi ljóði eins og frá stórum fossaduni íblandað harðan torugang. Ígjøgnum alt tað hoyrast eisini “hørpuspælarar, sum spæla á hørpur sínar.”

Og við trónuna syngja tey “nýggjan sang”, sum onnur ikki kunna duga enn hesi 144.000, tí hann er um teirra royndir, sum eingin annar skari hevur havt.Tað er sangur Mósesar og Lambsins um bjargingina. “Tað eru tey, sum koma út frá tí stóru trongdini.” Tey eru heintað upp av jørðini frá teimum livandi, og tey eru ”frumgróður Guds og Lambsins.”

Tey hava livað í stóru trongdartíð Jákups, sum ikki hevur átt sín líka, síðani fólkasløg vóru til. Tey stóðu uttan verju, táið síðstu revsidómar Guds komu. Men tey eru frelst, tí tey hava “tváað klæði síni og gjørt tey hvít við blóði Lambsins.” . . . ”Í munni teirra er eingin lygn funnin – tey eru ólastandi.” . . .”Tí eru tey fyri hásæti Guds og tæna honum dag og nátt í templi hansara; og hann, sum í hásætinum situr, skal reisa tjald sítt yvir tey.”Tey hava sæð jørðina misfarast av pestum og hungursneyð. Tey hava sæð sólina herja á og brenna menniskjuni við miklum hita, og sjálv hava tey svøltað og tystað. Men “tey skulu ikki svølta longur og ikki tysta longur, ikki heldur skal sólin ella nakar annar hiti stinga tey. Tí Lambið, sum stendur beint fyri trónuni, skal verða teirra hirði og leiða tey til keldurnar við lívsins vatni: og Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra.”

Tað hevur til allar tíðir verið reglan, at Guds fólkeru upplærd, vand og tuktað í royndarinnar skúla. Luturin á jørðini er og var, at ganga á hini smølu gøtuni, og at verða reinsað í ovni líðinganna. Fyri trúnna á Jesus hevur Guds fólk tolt mótstøðu, hatur og bakbit. Tey elta hann inn í hvønn nívandi bardaga. Tey sýna og sýndu sjálvsnoktan, men fara ikki ímóti egari sannføring og fáa tískil mong beisk vónbrot.

Tað varav egnu pínufullu royndunum, at tey lærdu óndskapin í syndini at kenna, máttirnar, falsins snildir, vanlukkur, skuldskrivingar og vesaldómar hennara. Tey líta nú at syndini sum tað ringsta tey vita um við andstygd. Játtanin av tí óendaliga stóra ofrinum, sum varð givið fyri at beina fyri syndini, ger tey eyðmjúk og fyllir hjartað við takksemi, sum tær ongantíð falnu verurnar ikki fáa ímynda sær. Tey elska nógv, tí nógv er teimum fyrigivið. Tey áttu lut í líðingum Kristusar og fáa tí eisini lut í dýrd hansara.

Arvingar Guds koma úr loftskømrum, kroysum og fangatippum undir jørð. Eisini av avrættingarpallum, úr fjøllum, oyðimørkum, hellum og látrum. Tey “liðu neyð og trongd og vórðu illa viðfarin” á jørðini. Fólk í milliónatali fóru vanærd í grøvina, tí tey í áhaldandi úthaldni noktaðu at viðurkenna svik Satans. Við sivilar dómstólar vórðu tey dømd fyri ringastu brotsverk sum ótespiligir brotsmenn. Men nú “... dømir Gud!”Jarðisku dómarnir verða broyttir. “Hann skal enda vanæru fólks síns...”. . . ”Og tey skulu kallast hitt heilaga fólkið – »endurloystu Harrans.«”Hann vil“geva teimum í Zion, sum syrgja, høvuðprýði í staðin fyri øsku, gleðiolju ístaðin fyri sorg, lovsongsbúna í staðin fyri máttleysan anda ....”

Tey eru ikki longur veik, syrgin, skild sundur ella kúgað. Nú skulu tey altíð vera saman við Harranum. Tey standa framman fyri trónuna í fínum klæðum, ið eru kostiligari enn nakar búni var á jørðini. Á høvdinum bera tey krúnir, sum eru glæsiligari enn nakar kongur hevur verið krýndur við á jørðini. Pínu- og sorgarfullir dagar eru fortíð. Kongur Himmalsins hevur turkað tárini av hvørum kinni. Alt, sum gevur sorg, er burtur.

Mitt ímillum sveiggjandi pálmagreinarstreyma fram vakrir lívligir ljómandi lovssangir. Øll syngja við og orðini runga út í stóra himmalhválvið:“Frelsan hoyrir Gudi okkara til, sum í hásætinum situr, og Lambinum.” Og allir íbúgvar Himmals svara í kóri: ”Amen! Signingin, dýrdin, vísdómurin, tøkkin, heiðurin, mátturin og kraftin hoyrir Gudi okkara til í aldur og allar ævir!”

Offur Krists verður granskað í allar ævir
Í hesum lívinum fata vit lítið av endurloysingini. Við avmarkaðu evnunum kunnu vit royna at fata ta skomm og dýrd, lív og deyða, rættvísi og náði, sum møttu hvørt øðrum á krossinum. Men hvussu nógv vit so royna, megna vit ikki at skilja heildina, hvørki longdina, breiddina, dýbdina ella hæddina. Alt vavið í frelsandi kærleikanum kunnu vit einans fata í smábitum. Frelsuætlanin fatast ikki fult. Enn ikki tey leyskeyptu síggja eins og tey verða sædd av Gudi ella kenna, sum tey sjálv eru kend av Gudi. Í endaleysar tíðir verður so við og við greitt frá nýggjum undurfullum sannleikum, sum tey ovurfegin hoyra. Hóast sorg, pína og freistingar er farin tíð og orsøkin týnd, so fer fólk Guds altíð at hava eina greiða og skynsama vitan um hvat frelsan kostaði.

Krossur Krists fer í allar ævir at vera vísindaevni og evni til lovprísandi sang. Í dýrdargjørda Kristusi síggja tey alla tíðina eisini hin krossfesta Kristus. Tað verður ikki gloymt, at hann, sum skapti alt og heldur øllum uppi, er Guds elskaði Sonur, Himmalsins hátign. At hann, sum kerúbar og skínandi seráfar tilbóðu, eyðmýkti seg fyri at frelsa tað falna menniskja. At hann bar syndaskuldina, skommina og upplivdi, at Faðirin krógvaði andlit sítt fyri sær, til ein glataður heimur at enda fekk hjarta hansara at bresta og sløkti lívið á Golgata krossi.

Øll í Universinum fara altíð at undrast á og at frøast yvir, at hann, sum skapti alt, skuldi leggja sína dýrd til viks og eyðmýkja seg av kærleika til menniskjuni.

Táið frelsti skarin frá øllum tjóðum lítur á Frelsarasín og skoðar ævigu dýrd Faðirins, og við skínandi andlitum hyggja upp á trónuna, sum stendur úr ævinleika til ævinleika, og tey vita, at ríkið ongan enda fær, syngja tey ovurfegin: ”Verdugt, er Lambið, tað dripna, sum hevur endurloyst okkum til Gud við sínum egna dýrabara blóði!”

Loyndarmál krossins loysir øll onnur loyndarmál. Í ljósinum, sum geislar frá Golgata, eru eginleikar Guds miðsavnaðir, bæði teir, sum fylt okkum hava við ótta og við djúpari virðing. Og fram úr ljósinum kemur ein dragandi vakurkeiki. Miskunn, eymleiki og faðirligur kærleiki síggjast nú ítvinnaði heilagleika, rættvísi og styrki. Tá vit síggja høgu tign trónunar í øllum sínum vakurleika, høgt hevjað, skilja vit betur lyndi hansara í sælu eldhugaðu opinberingini og vit skilja betur enn nakrantíð áður týdningin av tí æviga navninum “Faðir vár.”

Einaferð fara vit at skilja betur enn nú, at hann, sum eigur markleysan vísdóm, ikki kundi gera aðra ætlan fyri at frelsa okkum, enn at ofra Sonin. Lønin fyri hetta ofrið er tann gleðin, sum Gud sjálvur fær við at fólka jørðina aftur við frelstum, heilagum og eydnusomum ódeyðiligum sálum. Úrslitið av stríði Frelsarans móti myrkursins veldi er gleði teirra frelstu, sum vilja tæna Gudi til heiður og æru í allar ævir. Virði av sálunum er so stórt, at Faðirin er nøgdur við kostnaðin og Kristus sjálvur er eisini nøgdur, táið hann sær fruktina av stóra ofri sínum.