Bardagin Mikli kapitel 41. Fra side 653tilbage

Oydda jørðin

“Tí syndir hennara røkka líka upp til himmals, og Gud hevur minst órættvísi hennara. ..... skeinkið henni dupult so nógv í bikarið, sum hon hevur skonkt! So nógv sum hon hevur sett seg sjálva høgt og livað í ólevnaði – gevið henni so nógv av pínu og sorg! Afturfyri at hon sigur í hjartanum: »Eg siti sum drotning og eri ikki einkja – sorg skal eg ikki síggja!« So skulu á einum degi plágur hennara koma: Deyði, sorg og hungur! Hon skal verða brend upp; tí sterkur er Harrin Gud, sum hevur dømt hana. Kongar jarðarinnar, sum hava drivið hor við henni og liva í ólevnaði við henni, skulu gráta og vena seg um hana, táið teir síggja roykin av bruna hennara. Teir skulu standa langt burtur av ræðslu fyri pínu hennara, og teir skulu siga: »Vei, vei, tú stóri staður, Bábylon tú sterki staður, at dómur tín er komin á einum tíma.«”. . .

Keypmenn jarðarinnar,ið “eru vorðnir ríkir av henni – skulu standa langt burtur av ræðslu fyru pínu hennara, gráta og syrgja og siga: »Vei, vei! Hin stóru staður, sum klæddur var í fínt lín, purpur og skarlak og skein av gulli, dýrum steinum og perlum – at á einum tíma er so stórur ríkdómur lagdur í oyði!«”

Hesir revsidómar koma yvir Bábylon á vreiðidegi Harrans. Órættvísisbikar hansara er fult og tímin er komin til oyðingar.

Táið Guds rødd endar fangilsið hjá fólki hansara, rakna onnur við, sum mistu alt, sum lívsins stríð kundi havt givið.Í náðitíðini vóru tey blindað av svikum Satans, og bóru í bøtuflaka við syndigum lívi. Tey ríku breggjaðu sær á hægri rókunum og hugdu niðrandi áhini minni hepnu, men ríkidømið var vunnið við brotum á lóg Guds. Tey høvdu ikki mettað svong og ikki klætt nakin. Rættvísi og miskunn týddi minni enn at hevja seg sjálvanog at leita eftir mannatokka. Men nú eru tey fátæk og verjuleys. Ræðslusligin síggja tey avgudarnar oyddar, sum tey heldur valdu sær enn Skaparan.

Sálina seldu tey fyri góðs og gaman, ímeðan ríkidømi í Gudi varð vanrøktað. Lívið var miseydnað, gleðinvorðin beiskleiki og ognirnar oyddar. Øll strembanin er horvin eftir einari løtu. Tey ríku syrgja nú fínu húsini,sum smildraði eru og gráta um horvi gull og silvur. Men gremjanin tagnar av ótta fyri sjálv at verða týnd saman við avgudunum.

Tey gudleysu angra so sáran, men ikki fyri sína syndigu líkasælu ímóti Gudi og medmenniskjunum, men tí Gud vann.Tey harmast úrslitið, men ikki sín hugburð. Tey vildu framvegis gjørt alt fyri at vinna við sínum hugburði, um tað bar til.

Tey síggja nú tann háaða spottaða bólkin, sum tey ynsktu týndan, koma óskalaðan ígjøgnum pest, stormar og jarðskjálvtar. Hann, sum sjálvur er tærandi eldur ímóti teimum, sum bróta lóg hansara, er tryggur bústaður fyri fólk sítt.

Prædikumaðurin, sum ofraði sannleikan fyri mannatokka, ásannnar nú hvat læran elvdi til. Gud fylgdu teimum bæði á talarastóli og millum fólk aðrastaðni undir øllum viðurskiftum. Hvør tanki, hvør kensla, hvør skrivað regla og hvørt sagt orð at krógva seg handan lygn og lokkan onnur at finna hvílu í lygnini, var eitt sáað frækorn. Nú sær hann heystarupptøkuna av tí sádda í glataðum sálum kring seg.

Harrin sigur: “Teir grøða skaða fólks míns, sum um tað einki var fyri, og siga: “Friður! Friður! ? Tó at eingin friður er.” . . . ”Aftur fyri at tit við sviki og lygn gera hin rættvísa mótfalnan – tó eg ikki vildi volda honum sorg – og styrkja hendur hins gudleysa, so at hann ikki vendir við av óndu leið síni og bjargar lívinum, skulu tit ikki longur skoða fáfongd ella spáa lygispádómar; nei, eg skal frelsa fólk mítt úr hondum tykkara, og tit skulu sanna, at eg eri Harrin.”. . .

”Vei hirðunum, sum forkoma fylginum, ið eg føði, og spjaða tey sundir! – Tí, sigur Harrin ... skal eg heimsøkja tykkum fyri ringa atburð tykkara.” . . . “Venið tykkum, hirðar, rópi og veltist í dustinum – tit sum frægastir eru í fylginum! Tí komin er tíð tykkara at verða slaktaðir og at verða spjaddir...... Tá skal einki skjól vera fyri hirðarnar longur, og hinir frægastu í fylginum skulu ikki komast undan.”

Bæði prestar og leik síggja nú sín skeiva hugburð til Gud. Tey skilja, at tey gjørdu uppreistur ímóti Skaparanum og rættvísu lóg hansara. At skúgva guddómligar forskriftir til viks fekk túsindir av óndum keldum til atkoma upp og flóta yvir í óndskapi, ósemjum, hatri og synd ? til jørðin gjørdist ein stórur vígvøllur og søkkandi syndabøli.

Nú síggja tey úrslitið av at vraka sannleikan og at elska lygnina. Eingi orð fáa lýst tann longsulin, sum tey ólýdnu og trúleysu kenna, nú tey síggja æviga lívið mist med alla. Fólk, sum heimurin hevur hámett, síggja tey nú í sínum sanna ljósi. Tey ásanna mista rættin at vera komnan av lógarbrotunum og kasta seg nú fyri føtur teirra, hvørs trúskap tey vanvirdu og háaðu, og viðganga, at Gud hevur elskað tey.

Falskir hirðar
Fólk síggja seg dárað. Tey skuldseta hvørt annað til at hava leitt seg í glatan. Full semja er tó um, at geva prestaskapinum beiskastu fordøming.Trúleysir prestar spáddu eydnusama framtíð. Teir villleiddu fólk at seta lóg Guds til viks (serliga 4, boð, sabbatin), og at jagstra tey, sum halgaðu seg at henni. Í sálarneyðini viðganga hesir svikafullu lærarar nú sítt arbeiði við at villleiða heimin.

Fólk eru í øðini og tey rópa: “Vit eru glatað, og tað er tykkara skuld!” Tey leypa nú á teir følsku hirðarnar. Tey, sum gingu fremst at hávirða teir, koma nú við teimum verstu vanbønunum ímóti teimum. Teir, sum tey einaferð róstu til skýggja,vilja tey nú sláa niður. Svørðini, sum ætlað vóru at brúka ímóti fólki Guds, verða nú brúkt viðvend ímóti fíggindum teirra. Allastaðni er hart stríð og blóðbað.

Uppgerðartímin
Tað dynar og buldrar líka til jarðarinnar enda – tí Harrin hevur trætu við fólkini; Hann heldur dóm yvir øllum holdi; hini gudleysu gevur hann upp til svørðið – sigur Harrin.” Stóri bardagin á jørðini er bara versnaður í seks túsund ár. Sonur Guds og himmalsku sendiboðini hava stríðst ímótióndaveldinum við at varskógva, kunna og frelsa menniskjur.Og tey gudleysu samdu seg fult við Satan í bardaganum ímóti Gudi.Tíðin er komin til at Gud staðfestir myndugleikan í niðurtraðkaðu lógini. Nú er stríðsstøðan ikki bara við Satan, men eisini við menniskju. “Hann heldur dóm yvir øllum holdi” . . . ”Hini gudleysu gevur hann upp til svørðið.”

Frelsumerki er sett á tey, sum “kæra og vena seg um allar andstyggiligar gerðir, ið framdar verða.”(“frelsumerki á ennið,” Ez 9:4)Nú gongur deyðseingilin sítt ørindi, sum í sjón Ezekiels ímyndast við til sláturs útgjørdum monnum, sum fingu hesi boðini:“Gomul fólk, unglingar, gentur, smábørn og kvinnur skulu tit høgga niður og gera enda á; men ongan av teimum, sum merki er á, mugu tit nema. Og frá halgidómi mínum skulu tit byrja. Teir byrjaðu tá við teimum gomlu monnum, ið frammanfyri húsið stóðu.”6Følsku varðmenninir verða fyrst týndir, slíkir, sum hava bjóðað seg fram at vera andaligu leiðarar fólksins. Nú er eingin miskunn. Eingin verður spardur. Eisini offur teirra: menn, kvinnur, moyggjar og børn verða høgd niður.(“Tammuz- og sóltilbiðjarar,” Ez: 8:14-16)

“Tí Harrin fer út úr bústaði sínum at straffa tey, sum á jørðini búgva, fyri misbrot teirra; og jørðin skal lata blóðið, ið runnið er á henni, koma fyri ljósið og ikki longur fjala tey, sum dripin eru á henni.”. . .“Men hetta skal verða plágan, ið Harrin letur ganga yvir øll fólkasløgini, ið hava barst við Jerusalem: Hann skal lata hold teirra rotna, meðan tey standa á fótum sínum; eygu teirra skulu rotna í eygnaholunum, og tungan skal rotna í munni teirra. Tann dag skal Harrin senda stóra ræðslu á tey, so tey leggja hond á hvørt annað og lyfta hondina hvørt móti øðrum.”7Í hesum oyðandi bardaga av fólkanna egna ovurhugi, og ræðuligu úthellanini av óblandaðu vreiði Guds, doyggja nú allir ógudiligu íbúgvar heimsins, bæði prestar og ræðisharrar, bæði rík og fátøk, bæði høg og lág. “Tey, sum Harrin hevur dripið, skulu tann dag liggja úr øðrum enda jarðarinnar í annan; eingin skal gráta um tey, og eingin skal savna tey saman og jarða tey; tøð á markini skulu tey verða.”

Táið Kristus kemur aftur, verða tey gudleysu týnd av allari flatu jarðarinnar – eins og uppetin av andablási og dýrdarljósihansara. Kristus tekur fólk sítt upp til stað Guds (Hebr 12:22) og jørðin verður manntóm:“Harrin tømir jørðina og leggur hana í oyði; Hann umskiftir útsjónd hennara og spjaðir tey, sum á henni búgva... Tómd, ja, tømd skal jørðin verða, og rænd, ja rænd – tí Harrin hevur talað hetta orð... Tí jørðin er vanhalgað undir teimum, ið á henni búgva; tey hava brotið lógirnar, vent rættinum við, og brotið hin æviga sáttmála. Tí tærir hann jørðina upp, og tey, ið á henni búgva, noyðast at bøta; tí steikjast jarðbúgvarnir av hita, so bert fá menniskir verða eftir.”

Øll jørðin líkist eini oyðimørk (Hebr. “tohuwabohu” er grikska “abyssos”). Húsaleivdir liggja eftir jarðsskjálvtar. Trø eru skrykt upp við rót. Klettar eru tveittir úr havinum og aðrir eru omanlopnir og skræddir úr helluni. Teir liggja spjaddir á flatu jarðarinnar, meðan stór hol sýna støðini, har heili fjøll vórðu skrykt av grundini.

“Leinkjan” Satans í 1000 ár
Hetta er síðsti tilburðurá veruliga stórabótardegi í tí Allarheilagsta í Himli. Táið Ísraels synd í skuggatænstuni varð tikin úr halgidóminum við offurblóðinum (fyrri bukkurin), varð bukkurin Azazel (syndabukkurin) settur livandi inn fyri høvuðsprestin í samkomunnar nærveru, og hannjáttaði tá á hann“... allar syndir teirra; og hann skal leggja tær á høvd buksins og síðani lata mann – sum stendur til reiðar – sleppa honum í oyðimørkina.”10Táið sáttargerðin í himmalska halgidóminum er av, verða syndir fólks Guds lagdar á Satan í hjáveru Guds og einglum hansara. Hann er dømdur sekur í øllum tí ónda, sum hann fekk elvt tey frelstu til at gera. Hetta er alt eins og við skuggamyndini í syndabukkinum Azazel í Gamla testamenti, sum aftaná varð livandi leiddur og sleptur leysur út í oyðimørkina – og soleiðis verðurSatan leinkjaður á jørðina, sum tá er oyðin og tóm. Tað verður støðan við Jesu afturkomu og vendan aftur til Himmalin við teimum frelstu og einglunum.

Opinberingin spáar útlegd Satans áoyddu jørðini í túsund ár. Eftir lýsanav aðru komuni og týning teirra gudleysu, skrivar hann:”Eg sá nú eingil koma niður av Himli; hann hevði í hondini lykil avgrundarinnar og stóra leinkju. Hann tók drekan, hin gamla ormin, sum er Djevulin og Satan, og bant hann fyri 1000 ár og kastaði hann í avgrundina og læsti og innsiglaði yvir honum, fyri at hann skuldi ikki longur villleiða tjóðirnar – fyrrenn hini 1000 árini vóru at enda, eftir tað skal hann verða loystur stutta tíð.”

“Avgrundin”(sum Victor Danielsen yvirsetti) merkir “óskipaða myrka jørðin.”. . . “Í byrjanini” lærir Bíblian somu óskilsstøðu við, at jørðin var “oyðin og tóm, myrkur var yvir djúpinum, og Andi Guds sveimaði yvir vøtnunum.”

Og profetiin lærir, at jørðin, í minstalagi partvíst, kemur í hesa somu støðuna aftur. Táið Jeremias profetur sá stóra dag Harrans, skrivaði hann: ”Eg sá jørðina – men, nei, hon var oyðin og tóm; eg hugdi upp móti himli – men ljós hansara var burtur. Eg sá fjøllini – ja, og tey pipraðu, og allir heyggjar skulvu. Eg hugdi – men nei, ikki eitt menniskja var eftir, og allir fuglar himmalsins vóru flognir burtur. Eg sá – ja, og hin fruktbara mark var oyðimørk; og Harrin – brennandi vreiði hansara – hevði brotið niður allar býir hennara.”

Her skulu Satan og óndu einglarnir so vera í 1000 ár. Avmarkaðir á jørðina hava teir ikki atgongd til aðrar heimar, og fáa ongan at freista ella plága, sum aldrin hevur syndað. Tað er í hesari merkingini, at hann er bundin við leinkju. Nú er eingin eftir at nýta sítt vald á. Hann er forðaður í sínum svikum og oyðingarverkum, sum øld eftir øld varhin einasti fult upptikni brennidepilin í virksemi og frøi hansara.

Esajas sá í sjón ósigur Satans: “Nei, at tú falst av Himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín! Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: »Eg skal fara upp til Himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt; eg skal seta meg á gudatingfjallið, ytst í norðri; eg skal fara upp um skýborgirnar; eg skal gera meg hinum hægsta líkan!« - Nei, í deyðaríkið skalt tú verða stoyttur niður, niðast í grøvina! Tey, sum síggja teg, skulu stara á teg, undrast á teg og siga: »Er hetta maðurin, ið fekk jørðina at nøtra, kongaríkir at skjelva, sum gjørdi jarðarríki til oyðimørk, breyt niður býir tess og lovaði ikki fangum sínum heimaftur?«”

Í 6000 ár hevur Satan fingið jørðina at nøtra. Hann hevur gjørt “jørðina til oyðimørk, broti niður býir og lovaði ikki fangum sínum heimaftur.”Í 6000 ár eru fólk Guds sett í fongsul hansara, og hann hevði uttan iva hildið teimum føstum í allar ævir, um ikki Kristus sleit leinkjurnarog setti tey aftur í frælsi.

Sjálvt tey gudleysu røkkur Satan ikki nú. Einsamallur við óndu einglunum situr hann eftir og skoðar verkið av tí forbanningini, sum syndin framdi. “Allir kongar tjóðanna liggja við heiður, hvør í húsi sínum [í grøv síni], men tú liggur ógrivin slongdur burtur sum vanvird grein, fjaldur av dripnum – gjøgnumstungnum við svørði – eins og niðurtraðka ræ. Tú skalt ikki verða jarðaður sum teir, ið stíga niður í steinsettar gravir; tí landi tínum hevur tú forkomið, fólk títt hevur tú dripið – avkom illgerðamanna skal aldri nevnast meir!”

Ein neyðug dómsviðgerð til teodicé
Í 1000 ár skal Satan reika runt á einari oyddari jørð og skoða úrslitini av sínum uppreistri ímóti lóg Guds. Hesa tíðina er líðing hansara ræðulig.

Síðani fráfallið hevur virksemiðvið tí ónda fylt alt hjá honum, men uttan møguleikan at freista nakað menniskja, hevur hann einki annað at gera, enn at grunda á egna leiklut sín síðani allarfyrsta uppreisturin ímóti leiðslu Guds. Nú er hann í skelvandi angist fyri tí, sum bíðar sær, tí hann veit, at hann skal bøta fyri alla ta synd, sum hann var atvoldin til.

Fyri fólk Guds er fangilsi Satanseinsonn frøi. Esajas skrivar:”Tann dag Harrin gevur tær hvílu eftir møði og angist tína og eftir hin harða trældóm, ið á teg varð lagdur, skalt tú taka upp hetta hákvæði um kongin í Bábel: »Hygg, hvussu tað endaði við valdsharranum, við pínustaðnum.«” . . . “Harrin hevur brotið stav hinna gudleysu, kongsstav valdsharranna, sum í vreiði góvu fólkasløgum eitt slagið fyri og annað eftir, sum í illsinni kúgaðu fólkini og jagstraðu tey og spardu tey ikki.”

Hesi 1000 árini ímillum fyrru og aðru uppreisnina verða tey gudleysu tikin upp til dóms. Paulus ápostul umrøður dómin og sigur, at hann kemur eftir afturkomu Krists: “Dømið tí einki fyri tíðina, áðrenn Harrin kemur, hann, sum bæði skal leiða fram í ljós tað, sum fjalt er í myrkrinum og opinbera ráð hjartanna....”Dánjal skrivaði, at ”Hin, ið gamal var kom og hini heilagu hins Hægsta fingu rætt sín og tíðin kom, táið hini heilagu tóku ríkið í ogn.”16Til ta tíð skulu tey tæna Gudi sum kongar og prestar hjá Gudi og Jóhannes skrivar í Opinberingini:”Eg sá hásæti, og teir settust í tey, og teimum varð givið vald at halda dóm.”. . .“Tey skulu vera prestar Guds og Kristusar og vera kongar við honum í 1000 ár.”Hetta er tíðin, sum Paulus umrøddi, táið hann skrivaði: “ella vita tit ikki, at hini heilagu skulu døma heimin...”17Saman við Kristusi skulu tey døma tey gudleysu. Lív teirra verður mett eftir orði Guds og revsingin ásett sambært tí, sum tey hava gjørt í lívinum. Síðani verður revsingin skrivað út fyri nøvn teirra í bók deyðans.

Eisini Satan og óndu einglarnirskulu dømast av Kristusi og fólki hansara. Um tað skrivar Paulus:“Vita tit ikki, at vit skulu døma einglar?”Og Judas skrivar,“at einglunum, ið hildu ikki fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað, heldur hann føstum í ævigum leinkjum undir myrkrinum til dómin hin stóra dag.”

Táið tey túsund árini eru umliðin kemur onnur uppreisnin. Tey gudleysu koma tá úr grøvini og verða leidd fram fyri Gud (Jóel 3:17), sum fremur “niðurskrivaða dómin.”Táið Jóhannes á Patmos hevur lýst tey upprisnu rættvísu, heldur hann fram og skrivar: “Hini av teimum deyðu vórðu ikki livandi, fyrr enn hini 1000 árini vóru á enda.”Og Esajas sigur um hinar gudleysu: “Teir skulu verða savnaðir saman sum fangar í holuni og settir í fangahús, og eftir langa tíð skulu teir fáa straff sína.”