Bardagin Mikli kapitel 42. Fra side 662tilbage

Stríðið er av og verðurnýtt

Táið tey túsund árini eru umliðin, kemur Kristus aftur á jørðina.Hann kemur við frelsta skaranum og sínum herskara av tænandi einglum í ómetaligari dýrd, og býður tá teimum gudleysu at rísa upp at taka ímóti dóminum. Tey koma fram óteljandi sum havsins sandur. Á tann munur á hesum og hinum í fyrru uppreisnini. Tey rættvísu vórðu latin í ódeyðiligan ungdóm og vakureika, ímeðan hesienn eru merkt av sjúku og deyða.

Hvørt eyga skoðar dýrdinahjá Soni Guds. Sum við ein munn siga tey ógudiligu: “Signaður verið hann, sum kemur í Harrans navni!”Men tað er ikki kærleiki til Jesus, sum fær tey at siga tað. Tað er megi sannleikans, sum noyðir orðini fram. Eins og tey gudleysu fóru í grøvina, so venda tey aftur við sama uppreistrarandanum til Kristus. Tey fáa onga nýggja náðitíð at bøta um brekini í farna lívinum, og tað hevði annars ikki broytt nakað kortini. Fingu teyeina nýggja náðitíð, høvdu tey við sama lag vanvirt krøv Guds og eggja øðrum til tann sama uppreisturinímóti honum.

Kristus stígur niður á Oljufjallið, haðani himmalferðin var eftir uppreisnina, og einglar endurtóku lyftið um (endaligu) afturkomuna.Profeturin sigur: “Tann dag skulu føtur hansara standa á Oljufjallinum, ið er beint yvirav Jerúsalem, eystanfyri; Oljufjallið skal klovna mitt tvørtur av, úr eystri í vestur, so har verður stórur dalur, við tað at onnur helvtin av fjallinum víkir norðureftir, og hin helvtin suðureftir.”1Táið Nýggja Jerúsalem í síni strálandi dýrd kemur niður av Himli, lendir tað á tí staðnum, sum er reinsað og fyrireikað til at taka ímóti tí. Og Kristus fer inn í heilaga staðin við fólki og einglum sínum.

Hernaðardubbing og eitt vónloysis álop
Satan fer nú aftur at fyrireika ein bardaga eftir hægsta valdinum. So leingi óndskapsins fúrsti einki vald hevði at villleiða nakran, var hann fyri ongum. Men nú tey gudleysu aftur eru livandi, og hann sær hesar stóru skarar í sínum parti, ernast hann og avger at fullføra bardagan mikla.

Hann savnar tey undir eitt hermerki til sína ætlan. Tey gudleysu eru í valdi Satans. Við at vraka Kristus hava tey givið seg undir regluverk uppreistrarleiðarans. Tey eru fús til at gera eftir boðunum. Snúvin, sum hann altíð er, viðgongur hann ikki, at hann er Satan sjálvur, men letst at vera fúrstin, sum er rætti harri heimsins, og at arvur hansara varð tikin ólógliga frá honum. Tey villleiddu verða innbillað, at hann er frelsarin, sum bjargaði teimum upp úr grøvini og nú vil bjarga teimum undan ringasta harðræði.

Tey nú upprisnu eru ikki longur undir ávirkan anda Kristusar og Satan fremur fríur síni undurverk til at prógva síni páhøld.Hann styrkir tey veiku og fyllir øll við orku og anda sínum. Við djevulskari snildi fagnar hann allar milliardirnar, sum risnar eru upp, og sigur teimum, at tey lættliga kunnu taka legu teirra heilagu og hertaka heilaga staðin,solleiðis at hann tá fær sína trónu og kongaríki aftur.

Í hesari óteljandi mannfjøldini eru eisini tey, sum livdu innan syndaflóðina og gjørdust avgomul. Risastór og sera gávurík fólk, men eisini sjálvshevjandi stýrd av falnu einglunum.Í mannfjøldini eru eisini flogvit og úrmælingar, sum heimurin tilbað fyri sín dugnaskap við list og øðrum, men í grimdarhugi og óndum uppfinningum løgdu hesir eisini lunnar undir at dálka jørðina og at avskepla mynd Guds. Tey aktaðu ikki á tænara Harrans, Nóa, og tí týndi hann tey av yvirflatu jarðarinnar við flóðini miklu.

Har eru kongar og herstjórar frá øllum tíðum, ið sigraðu á tjóðum, og nakrir uttan at hava tapt eitt einasta slag. Teir eru ernir, ærusjúkir og djarvir menn, sum fingu tjóðir at skjelva. Eingin hevur broytt seg í deyðanum. Táið teir koma upp úr grøvunum, eru tankarnir neyvt teir somu, sum tá teir steðgaðu innan andlátið. Teir hava júst ta somu trongdina í sær til at sigra og at leggja undir seg, sum táið teir fullu.

Nýggja Jerusalem álopsmál
Fyrst tingast Satan við dæmonir og síðani við kongar, herstjórar og aðrar mætar menn. Teir meta styrkina og talið inni í staðnum, og meta tey vera fáment við lítlari styrki í mun til teirra. Teir vilja lættliga sigra og leggja nú ætlanir um, hvussu teir skulu taka alt ríkidømið og skreytið í staðnum. Teir fara straks til verka. Góðir handverkarar smíðja vápnini og kendir herleiðarar býta øll vápnafør upp í herdeildir.At enda verða boðini givin at taka seg fram. Teir óteljandi skararnir fara avstað – ein so stórur herur, sum ikki fyrr er savnaður í síðani tað fyrsta kríggi á jørðini.

Satan,tann størsti stríðsmaðurin av øllum, gongur á odda. Einglar hansara hava savnað sínar deildir og ganga aftaná til síðsta bardagan. Allar herdeildir elta sín leiðara. Óteljandi skipaðar røðir ganga við hernaðarligum neyvleika ímóti býi Guds. Jesus biður nú um, at fáa øll øll portur inn til Nýggja Jerusalemlatin aftur. Herar Satans kringsetur staðin og teir fyrireika nú tað endaliga álopið.

Nú vísir Kristus seg fyri fíggindunum. Høgt yvir staðnum hevjar seg ein stór tróna av skínandi gulli. Á henni situr Sonur Guds, og kring hannnstendur fólk hansara. Eingi orð, hvørki talað ella skrivað, fáa lýst hátign og mátt Kristusar. Dýrdin frá æviga Faðirinum sveipar seg um Sonin og hjávera hansara uppfyllir allan býin og strálar út um alla jørðina.

Næst at trónuni standa tey, sum einaferð vóru mest eldhugað at tæna Satani, men vórðu bjargaði sum brandar úr eldi. Hesi fylgdu síðani Jesusi sum tey inniligastu og trúfastastu. Síðani koma tey, sum hava ment eitt satt Kristi sinnalag mitt í einum heimi fullum í falsi og vantrúgv. Tey hildu fast við boð Guds, sjálvt um hin kristni heimurin lýsti tey 10 boðini úr gildi. Har standa eisini í milliónatali, sum ígjøgnum øldirnar vórðu pínslaváttar fyri trúnna. Afturat teimum er ein ”stórur skari, sum eingin kundi telja, av øllum fólkasløgum, ættum, fólkum og tungumálum ... tey stóðu fyri hásætinum og Lambinum, klædd í síðar, hvítar kirtlar og við pálmagreinum í hondunum.”

Stríðið er av og sigurin vunnin. Tey hava fullført stríðið og vunnið sigurskransin. Pálmagreinin í hondini umboðar sigurin, og hvítu klæðini ímynda rættvísi Kristusar, sum nú eisini er teirra.

Tey frelstu tríva nú øll í at syngja lovsong, sum fyllir himmalrúmið: ”Frelsan hoyrir Gudi okkara til, sum í hásætinum situr, og Lambinum!”3 Seráfarnir og allir hinir einglarnirtaka undir við lovsanginum og tilbiðjanini. Tey endurloystu, sum hava sæð vald og óndskap Satans, vita við fullari vissu, at tey bara hava sigrað í Kristusi. Eingin gevur sær sjálvum æru fyri frelsuna. Ikki ein trýr, at frelsan er fingin við egnari kraftog góðsku. Tey tala ikki um hvat tey hava gjørt ella hvussu tey vórðu pínd. Tey endurtaka bara aftur og aftur, at “frelsan hoyrir Gudi og Lambinum til.”

Við øllum íbúgvum Himmalsins og jarðar savnaðum kring hásætið, er nú hin endaliga krýningin av Syni Guds. Og við hægstu hátign og almátti boðar Kongur konganna dómin yvir tey, sum gjørdu uppreistur ímóti stýri Guds, og ber fram rættvísan dómin til tey, sum brotið hava lóg sína og kúgað fólk sítt.Profeturin segði: “Eg sá nú stórt, hvítt hásæti og hann, sum í tí sat; fyri ásjón hansara flýddu jørð og himmal, og stað varð ikki funnið teimum. Og eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum; eftir verkum sínum.”

Táið bøkurnar latast upp, og Jesus hyggur at teimum gudleysu, minnast tey hvørja synd tey gjørdu. Tey síggja neyvt, hvar tey fóru av tí heilagu og reinu gøtu, og hvussu hugmóðin og uppreisturin fekk tey at bróta lóg Guds. Tey síggjafreistingarnar, sum eggjaðu til at synda, tey síggja misnýttar signingarnar, tey síggja Guds boðberar vanvirdar og vrakaðu ávaringar og sanna náðina burturvísta av teirra iðranarleysuog tvøru hjørtum. Alt stendur nú so klárt, sum var tað skrivað við eldi.

Yvir trónunier stórur krossur. Og út frá honum er eitt kringsýni, sum vísir hvussu Adam varð freistaður í syndafall. Síðani sæst hvussu stóra frelsuætlanin kom stig fyri stig til mannaættina, føðing Frelsarans í fjósi, uppvøksturin og lýdniðhansara í smáum korum, dópin í Jordan, føstuna og freistingina í oyðimørk.

Eisini vísir kringsýnið almennu tænastuna, táiðhann lærdi fólkið Himmalsins signingar og í hugbundnið inti kærleika og miskunn. Men mangan var tøkkin gráin við øvund, óndskapi og haturi fyri vælgerðirnar. Síðani sæst Jesus einsemisnætur til fjals og fjøru í vøku og bøn. Sýnd erso tann ræðuliga sálarangistin í Getsemane, táið knúsandi tyngdin av syndabyrðu heimsins lá á honum. Somuleiðis sæst svikagerðin, táið hann varð givin upp til blóðtystar hendur og ræðuleikarnir hesa ræðslunáttina. Mann sær Jesus við harðskapi førdan ígjøgnum gøtur Jerúsalems, eftir at ápostlarnir eru rýmdir. Sonur Guds verður sendur til Annas, ákærdur í borg høvuðsprestsins og í dómshøll Pilatusar, og so aftur førdur fram fyri ómansliga og óreina Heródes, og síðani spottaður, háðaður, píndur, særdur og dømdur til deyðis á krossi – alt verður púra skilliga og livandi lýst.

Nú verður tað síðsta sýnttí ovfarnu og rørdu fjøldini. Tey síggja Jesus tolnan bera ta ræðuligu líðingina allan vegin út á Golgata. Tey síggja fúrsta Himmalsins hanga á krossinum, meinfýsnar prestar spotta og harkaliðini háa hann í deyðans kvøl. Tey uppliva tað yvirnatúrliga myrkrið, skjelvandi jørðildi, klovnaðu klettarnar og gravir latast upp, táið Frelsari heimsins doyði.

Allarhesar øgiligu gerðir og hendingar verða vístar aftur júst sum tær vóru. Satan, einglar hansara og tey, sum hann seinni eisini villleiddi, megna ikki at venda eyguni burtur frá avmyndaðu egnu verkum sínum. Øll minnast sín leiklut og ræðuliga framdu syndir, og teirra millum eru: Óndi Heródes, sum drap óseku børnini í og kring Betlehem fyri at oyða komandi Kongi Ísraels; Óndi Heródeas, sum plettaði sálina av blóði Jóhannes Doyparans;Støðuleysi Pilatus, háandi hermenninir, - prestarnir, - ráðharrarnir og tað óða harkaliðið, sum rópti: “Blóð hansara komið yvir okkum.” Øll síggja sína skuld.Øll royna til fánýtis at goyma seg fyri lýsandi andlitsbragdinum sterkari enn sólin. Nú leggja tey frelstu sínar krúnur fyri føtur Frelsarans og rópa samfeld: “Hann doyði fyri meg!”

Mítt í endurloysta skaranum standa Kristi fyrstu ápostlar, djarvi Paulus, ídni Pætur, elskaði Jóhannes og allir hinir trúføstu brøðurnir og systrarnar. Saman við teimum er eisini stóri skarin av blóðvitnum undan og eftir tey. Uttan fyri múrarnar eru øll tey, sum lógu eftir teimum, kastaðu tey í fongsul og myrdu.Har er Nero, hesin ræðuligi illgerðarmaður, sum nú sær gleði og tign teirra, sum hann einaferð píndi – og tá á devulsettan hátt frøddist um hvørja pínu, sum hann kundi leggja á tey. Eisini mamma Nero er har og sær úrslitini av sínum egna ónda lyndi og vánaliga fyridømi, sum hon gav víðari til sonin, ið aftur bar fruktina víðari við brotsverkum, sum fingu heimin til at pipra.

Har eru pávans prestar og høgu menn kirkjunnar, sum søgdu seg vera sendar út av Kristusi, men brúktu pínubeinkir, fangahol og bál til at ráða yvir samvitskunum.Har eru teir hugmóðigu pávarnir, sum roynduat hevja seg sjálvar upp yvir Gud og vágaðu sær til at broyta lóg hins Hægsta.(Tað kann eingin, men “hava í hyggju”, sí Dán 7:25b)

Hesir, sum søgdu seg vera fedrar kirkjunnar, skulu nú standa til svars fyri Gudi. Ikki fyrr enn nú, táið ov seint er, síggja teir, at Gud heldur fast við sína lóg, og ikki letur hin seka sleppa undan. Teir skilja nú styrkina í orðunum:”Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum mínum, hava tit gjørt ímóti mær.”

Allur hin óndi heimurin stendur ákærdur fyri dómstóli Guds. Hann er ákærdur fyri hásvik móti stjórn Himmals. Tey hava ongan verja og onga umbering, og ímóti teimum verður tí kunngjørdur dómur til ævigan deyða. (Eins og aldrin fødd!)

Sigraður fíggindi
Nú er øllum greitt, at syndalønin er ikki frælsi og ævigt lív, men trælkan, sum endar í fullari oyðing og deyða. Gudloysingarnir síggja nú, hvat tey mistu við at liva lívið í uppreistri. Tey skoyttu ikki um ta ævigu dýrdina, sum teimum stóð í boðið, og sum í hesari løtu so eiggiliga dagar fram í kringsýninum, som øll skoða.“Alt hetta,” rópa tey glataðu, “kundi eg átt, men eg valdi mær tað at verða fjart frá mær! Sum eg havi verið blind/ur! Eg havi skift frið, eydnu og heiður um við vesaldóm, vanæru og vónloysi.” Øll skilja, um ikki fyrr so nú, rættvísið í, at tey verða útihýst úr Himlinum. Við lívsførsluni hava tey sagt: “Vit vilja ikki vita av, at hesin Jesus skal vera kongur yvir okkum!”

Rúnarbundin hava tey gudleysu sæð krýningina av Syni Guds. Í hondunum síggja tey hinar guddómligu talvurnar við lóg Guds, boðini, sum tey hava vanvirt og brotið. Tey síggja tey frelstu fegnast og tilbiðja. Tey hoyra lovsongin ljóma út um fjøldirnar runt um allan býin, og øll siga sum við ein munn:”Stór og undurfull eru verk tíni, Harri Gud, Tú Alvaldi! Rættvísir og sannir eru vegir tínir, tú Kongur tjóðanna!”6Tey tveita seg nú fram eftir rommum at tilbiðja lívsins Fúrsta.

Satan tykist lamsligin av at skoða dýrd og tign Krists. Gamli lívdarkerúburin minnist hvaðani hann kom og fallið. Einaferð skínandi seráfur “sonur morgunroðans” og nú fult broyttur í niðrandi fall. Hann er útihýstur í allar ævir úr tí ráði, har hann einaferð var høgt í metum. Hann sær nú ein annan við lið Faðirins, sum fagnar dýrd hansara. Og hann hevur sæð ein høgan tignarligan eingil seta krúnuna á høvur Kristusar. Satan veit, at hann sjálvur kundi havt hettar høga tignarstarvið, sum hesin eingilin nú hevur.

Hann hugsar um gamla heimið, tá reinur og ósekur. Friðin og nøgdsemið, sum hann átti, inntil hann fór at argast á Gud og øvunda Kristus. Skuldsetingar, uppreisturin og svikini fyri at fáa einglanna samkenslu og stuðul. Hann minnist hvussu hann var tvørur og noktaði at forbetra seg, tá Gud fegin vildi havt fyrigivið honum. Alt kemur týðuliga fram fyri hann. Hann sær hvat hann fekk fólk at gera og úrslitini. Fíggindsskapin hann eggjaði ímillum menniskju og ræðuligu oyðingarnar av lívum. Ríkini, sum komu og fóru, trónur, ið fullu og endaleysar røðir av kríggjum, uppreistrum og kollveltingum. Hann minnist áhaldandi bardagan ímóti Kristusi við at fáa tann falna at falla enn djúpari. Og minnist sínar djevulsettu royndir, sum ikki megnaðu at oyða tey, sum settu álitið á Gud.

Ímeðan Satan lítir út yvir jørðina og sær fruktirnar av sær sjálvum, sær hann einans óeydnu, ósigur og undirgang. Hann fekk fjøldina til at trúgva, at staður Guds varð ein lættur herfongur, men hann visti betur. Í bardaganum mikla hevur hann ferð eftir ferð verið fyri ósigri og varð altíð noyddur at taka seg aftur.Hann kennir óendaligu hátign og vald hins æviga Guds.

Endamál hins størsta uppreistrarmann nakrantíð, var altíð at rættvísgera seg sjálvan og at prógva, at Gud hevur ábyrgdina fyri øllum uppreistri. Hann hevur alla tíðina brúkt sítt stóra vit og megi til at røkka hesum málinum. Hann skipaði seg so væl, at tað eydnaðist honum at fáa túsundir til at trúgva sínari frágreiðing um orsøkina til bardagan mikla, sum hevur herjað á so óskiljandi leingi. Í fleiri túsund ár hevur hesin meistaraheilin verið handan ráðagerðir og snarað lygnir til trúvert.

Nú er stundin komin, at uppreisturin verður sligin niður med alla, og allur sannleikin um Satan verður avdúkaður fyri øllum. Tann stóri villleiðarin avdúkaði seg sjálvan enn einaferð fult og heilt fyri øllum skaptum verum, táið hann eftir tey túsund árini, enn einaferð royndi at koyra Kristus av trónuni, og at týna fólk hansara við at vilja hertaka stað Guds, nýggja Jerusalem, sum komin er til jarðar. Satans fjøld sær nú eisini alt hansara miseydnað. Men frelsta leivd Kristusar og allir trúføstu einglarnir skilja til fulnar álopið á Guds stjórn. Og øll í øllum Universinum líta við andstygd at Satani.

Hann viðurkennur nú, at hansara sjálvbodni og tilviljaði uppreistur gjørdi, at hann er óskikkaður til at vera í Himlinum. Hann nýtti alla sína orku og evnirtil at berjast ímóti Gudi. Himmalsins reinleiki, friður og samljóð høvdu nú verið honum ein plága.Ákæran ímóti Guds miskunn og rættvísi er nú tagnað. Ákæran ímóti Jehova fellur fult til jarðar og heilt aftur á hann sjálvan. Og Satan boyggir seg nú djúpt í sand og øsku og viðgongur, at dómurin yvir seg er rættvísur.

”Hvør skuldi ikki óttast teg, Harri! Og prísa navni tínum? Eingin er heilagur uttan tú, og øll fólkasløgini skulu koma og tilbiðja fyri ásjón tíni; tí rættvísu dómar tínir eru opinberaðir!”

Rættvísi Guds víst og øllumkunnigt
Øll ivamál um sannleika og villur eru avgreidd. Fruktirnar av uppreistri Satans við at seta guddómligu lóg Guds til viks, eru sýndar øllum skynverum. Og úrslitið av leiðslu Satans samanborið stjórn Guds eru avdúkað fyri øllum skilverumUniversins. Satans egnu gerðir dømdu hann. Tað eydnaðist honum ikki at seta ein plett á vísdóm, rættvísi ella góðsku Guds. Øll skilja, at alt, sum Gud gjørdi undir bardaganum mikla, er gjørt við tí fyri eyga, at hetta varð til ævigt gagn fyri hansara útvaldu, og til besta fyri allar heimar og klótur, sum hann hevur skapað. ”Øll verk tíni takka tær, Harri, og hini heilagu tíni lova tær.”

Syndasøgan vil í allar ævir vitna um, at eydnan fyri allar skapningar Guds er knýtt at lóg hansara. Nú eru øll stig í uppgerðini løgd fram. Bæði tey trúføstu og andstøðingar yvirlýsa sum við ein munn: “Rættvísir og sannir eru vegir tínir, tú Kongur tjóðanna – tú Kongur hinna heilaga!”8 (“.....Thou King of the saints.” Op 15:3b, kjv)

Nú er tað stóra ofrið púra greitt og víst fyri øllum Universinum (Job 38:7; Op 12:12a), sum Faðirin og Sonurin bóru fyri mannaættina. Tímin er komin, tá Kristus kemur á sítt rætta stað og hálovast yvir alt vald, allar fúrstar og øll nøvn, sum nevnast kunnu. Hann helt út á krossinum uttan at hugsa um skommina, og tað var fyri at fáa ta gleðina, sum bíðaði honum – nevniliga at føra nógvar synir og døtur inn til dýrdina.

Hóast sorgin og skommin var ófatuliga stór, so verður gleðin enn størri. Hann sær tey frelstu, sum eru endurnýggjað í mynd síni. Hvørt hjarta ber fullan dám av halgan og hvørt andlit endurspeglar Kong sín. Hann sær í teimum úrslitið av øllum sálarkvølunum - og er væl nøgdur. Við klárari rødd, sum røkkur til øll tey rættvísu og gudleysu, sigur hann tá:Hyggið!Her eru tey, sum eg keypti við blóði mínum! Fyri tey píndist eg, og fyri tey doyði eg, fyri at tey skuldu kunna vera hjá mær í allar ævir.Hvíti skarin kring trónuna svarar aftur:”Verdugt er Lambið, hitt dripna, at fáa mátt, ríkdóm, vísdóm, styrki, heiður, dýrd og signing!”

Lagna teirra gudleysu
Hóast Satan noyðist at viðurkenna rættvísi Guds og boyggir seg fyri hátign Kristusar, so er hugburðurin óbroyttur. Uppreistrarandin bylgist aftur í honum og sum flóðaldan gerst hann karvandi óður og vil í illsinni ikki geva eftir í bardaganum mikla.

Hann fer í eini síðstu øru roynd aftur at stríðast ímóti Himmalsins Kongi. Stórleypandi fer hann inn millum fólk sítt fyri at øsa tað upp til kríggj beinanvegin.Men ímillum tey óteljandi, sum hann villleiddi, er nú eingin, sum viðurkennur hansara harradømi. Mátturin er horvin. Tey gudleysu hava sama hatur til Gud og Satan. Men nú síggja tey málið vónleyst. Tey kunnu ikki sigra á Jehova.Vreiðin vendir sær nú ímóti Satan og teimum, sum hann nýtti til at dára tey við nógva falsinum, og við devulsettari øði venda tey sær nú ímóti teimum.

Harrin segði: “Tí tú í tínum hjarta følur teg sum ein gudur. Ja, so lati eg fremmandar koma yvir teg, hinar grimmastu millum tjóðir, og tær skulu draga svørðini móti fagra vísdómi tínum og vanhalga prýði títt. Í grøvina skulu teir stoyta teg niður, og tú skalt doyggja, sum tann, ið dripin verður, mitt úti í havinum.” . . . “so vanhalgaði Eg teg, og rak teg burtur av gudafjallinum, og Eg gjørdi teg til einkis, tú, kerúbur, sum gav lívd so tú slapst ikki at vera millum hinar skyggjandi steinarnar longur. . . Eg kastaði teg til jarðar, Eg legði teg niður fyri ásjón konga, so teir kundu skoða teg .... Eg gjørdi teg til øsku á jørðini fyri eygum alra, ið síggja teg . . . ræðsla ert tú vorðin, og tú ert burtur – til ævigar tíðir.”. . .

“Ja, hvør skógvur sum teir vóru í, táið bardagin leikaði, og hvørt plagg, sum dálkað er í blóði, skal brennast og enda sum føði eldsins.”. . . “Tí Harrin er illur við allar heidningar, og vreiði hansara er yvir øllum heri teirra. Hann slær teir við banni og gevur teir til at verða slaktaðar”. . .“Hann letur snerrur regna á hini gudleysu, eldur, svávul og gløðandi vindur verður teimum máldur í steypið.”

“Tí dagurin kemur, brennandi sum ovnur; tá skulu øll hugmóðig og hvør tann, sum livir í gudloysi, vera sum hálmur, og dagurin, ið kemur, skal seta eld á tey – sigur Harrin Gud herskaranna – so hvørki rót ella grein verður eftir av teimum.”Eldur frá Gudi fellur av himli. Jørðin opnar seg. Vápnini, sum goyma seg har, verða tikin fram. Oyðandi eldslogar spríkja fram úr hvørjari sprungu. Enntá klettarnir brenna.

Hetta er umrøddi dagurin í Málakiasar fjórða kapitli, sum er komin.Og sami dagurin, sum eisini Pætur lýsti at koma:”Dagur Harrans skal koma sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, skal brenna upp.”

Landið er flótandi ? ein veldigur sjóðandi eldsjógvur ? undirgangsdagur hinna gudleysu.”Tí hevndardag hevur Harrin til reiðar, endurgjaldsár til at fáa Zion rætt.”

Tey gudleysu fáa revsingina á jørðini ”og verða eins og hálmur (Esajas 1:31; Nahum 1:5-10), og dagurin, ið kemur, skal seta eld á tey ..., sigur Harrin Gud herskaranna. .... so at hvørki rót ella grein verður eftir av teimum.”

Nøkur oyðast í somu løtu. Onnur líða í dagar. Øll verða revsað “eftir verkum sínum.”Syndir hinna rættvísu eru fluttará Satan. Hann skal tí ikki einans líða fyri uppreistur sín ímóti Gudi; men eisini fyri allar tær syndir, sum hann lokkaði fólk Guds at gera. Revsing hansara er nógv strangari enn hon, sum tey villleiddu fáa. Aftaná, at øll, sum lótu seg villleiða, eru deyð, livir og líðir hann framvegis. Í eldinum hvørva tey gudleysu við “bæði rót og grein.” – Satan er rótin og hini eru greinarnar. Lógarinnar fulla revsing er fullførd. Rættvísið er komið og sett í verk. Himmalin og jørðin, øll vitnini allastaðir sláa fast, at Jehova er rættvísur. (Sjálvt grundarlagið fyri Himmalsins halgidómið er lokið eftir Sálmi 9:8-9, Esajas 5:16b, sum nokk forklárar Op 21:22 og øll synd fekk æviga revsing á rætta staði – og Jesus hevur einans arrini eftir, ums.)

Oyðingarverk Satans er endað med alla. Í yvir 6000 ár hevur hann íðin strembað eftir at fremja sín vilja við vesaldómi, trongd og sorg á jørðini, sum eisini hevur givið sorg úti í alt universið.Allur skapningurin hevur suffað og nøtrað í verkjum. Nú er friður Guds í allar ævir fyri Satani og freistingum hansara. “Øll jørðin hevur nú fingið hvíld og frið, tey skera í fagnaðarróp.” Sigursróp og lovsangur ljóðar um alln alheimin. »Halleluja! Harrin Gud hin alvaldi er vorðin kongur!«”

Ímeðan jørðin er sveipað inn í týnandi eldin, eru tey rættvísu trygg inni í hinum heilaga staðnum. Tann seinni deyðin hevur einki vald á teimum, sum vóru við í fyrru uppreisnini. Fyri tey gudleysu er Gud oyðandi eldur, men fyri fólk sítt er Harrin sól og skjøldur.

”Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burtur.”15Eldurin, sum oyðir tey ógudiligu, reinsar jørðina. Táið uppbrent er, eru øll spor av syndarinnar árinum horvin. Einki ævigt brennandi helviti minnir tey frelstu um tey ræðuligu úrslitini av synd. (Tað hevði eingin orka, Es 57:16)

Sármerkir Krists
Eittans minni stendur eftir um tíðina við synd. Frelsarin fer altíð at bera merkini eftir krossfestingina. Á særda høvdinum, undir síðuni, á hondunum og á fótunum síggjast tey einastu sporini eftir ræðuligu fylgjurnarav synd. Profeturin, sum sá Kristus í dýrd síni, sigur:”Skin sum sólarljósið stígur upp; geislar eru rundan um hann; í teimum er veldi hansara fjalt.”

Gjøgnumgataða síðan, har skarlaksreytt blóð rann út, samdi menniskjuni við Gud. Her er dýrd Frelsarans og “veldi hansara fjalt.” Hann er “veldigur at frelsa”, tí hann gav lívið sum offur til loysigjald. Hann hevur máttin at lata rættvísa revsing raka tey, sum vanvirdu miskunn Guds.Merkini av eyðmýkingunum eru størsti heiður hansara. Í allar ævir skulu sárini frá Golgata kunngera prís og mátt Frelsarans.

Arvur teirra frelstu
“Og tú,sterki hirði samkomunnar, skansin hjá Zions dóttir, til tín skal harradømið eins og í uppruna koma til Jerusalems dóttir.”17 (umskrivaði, ‘KJV’/Dahl) ?Stundin er komin, sum hini heilagu hava longst eftir líka síðani, at kerúbur við eldsvørði forðaði fyrsta ektaparinum at koma innaftur í Eden. “Ognarfólkið” skal nú endurloysast.

Jørðin varðí upprunaliga givin at vera undir harradømi menniskjunnar, men tey fullu og lótu tað til Satan. Leingi var tað í hesum stóra fíggindans valdi, men nú er ríkið við tí miklu frelsuætlanini afturvunnið.Alt, sum varð mist við syndini, er afturgjørt í besta stand.”Tí so sigur Harrin, hann, sum virkaði jørðina og gjørdi hana, ikki til at leggja í oyði skapti hann hana: Eg eri Harrin, og eingin annar!”Upprunaætlan Guds við at skapa jørðina gongur kortini út, nú hon til ævigur tíðir verður bústaður teirra frelstu. ”Hini rættvísu arva landið og búgva í tí í allar ævir.”

Óttin fyri at gera arvin ov tímiligan, hevur fingið mong til at andaliggera hann burtur frá sannleikanum, sum er at síggja arvaða heimið til okkara veruliga heim. Kristus vissaði lærusveinar sínar um, at hann vildi gera bústaðir til reiðar í húsi Faðirs síns.Tey, sum trúgva læruni í Guds orði, eru tí ikki heilt óvitandi um himmalska bústaðin.Kortini er tað satt, at”tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hevur hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja – er tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska hann.”

Mannatunga er ikki før fyri at lýsa lønina til tey rættvísu. Hon verður bara kend av teimum, sum fáa hana í arv. Einki avmarkað deyðiligt menniskja fatar dýrdina í Guds Paradísi.

Bíblian nevnir arvin til tey frelstu“fedralandið.” Har fer himmalski hirðin at leiða fylgið til keldur við livandi vatni. Lívsins træ ber fruktir hvønn mánað, og bløðini á tí tæna fólkunum til grøðingar. Áarløkir, klárir sum krystal, renna javnt og samt. Og við áarbakkan kasta trø skuggar sínar yvir gøtur, har tey endurloystu fara at ganga. Her eru stórar fløtur, vakrir heyggjar og fjøll, sum reisa seg við vøkrum tindum. Guds fólk, sum so leingi vóru ferðandi pílagrímar, fara á slíkum friðarligum fløtum at finna framtíðar heim síni.

“Tá skal fólk mítt búgva í friðarheimi, á tryggum bústøðum, á sorgfríum hvílustøðum.”. . . ”ikki skal longur hoyrast um órætt í landi tínum, um yvirgang og oyðing innan fyri landamark tíni; nei, tú skalt kalla frelsu múrar tínar og lovsong portur tíni.”. . .”Tey skulu byggja hús og búgva í teimum og planta víngarðar og eta ávøkst teirra; ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað: nei, fólk mítt skal náa sama aldur sum træið, og hini útvaldu míni skulu sjálv sleppa at njóta ávøkst handverka sína.”21 . . .

“Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiðin skal fegnast og blóma sum lilja” . . . ”Í staðin fyri tornarunnar skal vaksa syprisviður, í staðin fyri tistlar skulu vaksa upp myrtustrø” . . . “Tá skal úlvurin búgva saman við lambinum, og leopardurin liggja hjá geitarlambi . . . smádrongur skal reka tey.” . . .“Eingin skal gera nakað ilt, eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli mínum, sigur Harrin!”

Eingin pína er undur loftahavi Himmals. Her eru eingin tár, eingin líkfylgir, eingin sorg. “Deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.” . . .”Og eingin, sum býr har, skal siga: »Eg eri sjúkur.« Fólkið, ið har býr, hevur fingið synd sína fyrigivna.”

Har er hitt nýggja Jerusalem, høvuðsstaðurin á tí nýggju dýrdgjørdu jørðini: ”Tú skalt vera føgur krúna í hond Harrans og kongaligt høvuðprýði í hond Guds tíns.” . . . ”Hann skein sum dýrabarasti steinur, sum krystalklárur jaspissteinur.” . . .”Fólkasløgini skulu ganga í ljósi hansara, og kongar jarðar skulu bera dýrd sína í hann.”. . .Harrin hevur sagt: “Eg skal fegnast um Jerusalem og gleðast í fólki mínum.” . . .”Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra.”

. . .”Eingin nátt skal vera” í býi Guds og ongum nýtist at hvíla seg. At gera vilja Guds og prísa navni hansara er ikki strævi. Vit eru altíð væl fyri. Tað er sum um,at morgunin ongn enda fær.”Teimum tørvar ikki lampuljós ella sólarljós; tí Gud Harrin skal lýsa yvir teimum”25Ljósið verður klárari enn sólin á middegi, tó uttan at pína eyguni. Guds og Lambsins dýrd fyllir allan heilaga staðin við ljóminum av einum ævigum degi.

”Eg sá einki tempul í honum; tí tempul hansara er Harrin Gud hin alvaldi og Lambið.”Har skulu vit vera saman við Faðirinum og Soninum. “Nú síggja vit í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlits.”26Vit fáa eina mynd av Gudi í náttúruni og í gerðum hansara ímóti menniskjum. Men tá skulu vit síggja hann uttan slør andlit til andlits. Vit skulu standa framman fyri honum og síggja dýrdina í ásjón hansara.

Kærleiki Guds á sigursferð
Tá skulu tey frelstu kenna til fulnar eins og tey nú sjálv eru til fulnar kend. Kærleikin og eymu kenslurnar, sum Gud sjálvur hevur lagt í mannasinnið, koma nú fram á hin sannasta og vakrasta hátt.Guds fólk gleðast um ta reinu og friðfullu samveruna við heilagar verur, einglar og tey trúføstu, ið hava tváað klæðini, og gjørt tey hvít í blóði Lambsins. Hesi heilagu bondini knýta familjuna saman í Himli og á jørð. ”Frá honum hevur alt, sum Faðir eitur í Himli og á jørð, navn sítt.”Alt hetta fremur tað góðalívið og eydnunatil tey frelstu.

Í endaleysar tíðir fara tey, sum ódeyðilig eru vorðin, at fegnast og undrast yvir skaparaverkið - og tann ófatuliga frelsandi kærleikan. Eingin óndur og villleiðandi fíggindi freistar nakran til at gloyma Gud. Øll evnir verða ment. Tað verður ikki móðsamt at ogna sær nýggjan kunnleika. Størstu verkætlanir fremjast og hægstu mál náast, og eisini hinar mest háfloygdu strembanirnar sleppa framat. Og tó verða framvegis nýggj mál at seta sær. Fleiri stórsligin verk verða fullførd til at undrast yvir. Nýggir sannleikar verða skiltir og nýggjar avbjóðingar koma til øll okkara evnir, bæði til likams og sálar. Tey frelstu fara at granska allar skattir Universins og verða ikki liðug.

Uttan møði ferðast tey út til fjarskotnar klótir fyri at vitja verir, sum fyrr syrgdu yvir trupulleikarnar hjá menniskjunum á jørðini – men sungu av gleði, hvørja ferð ein sál varð frelst. Hesir skapningarnir hava ongantíð syndað. Guds fólk fær stóra gleði av tí vísdómi, kunnleika og innliti, sum hesar verur eiga, sum í øldir hava granskað handaverk Guds. Stórsligna skaparverkið er ótrúliga hugtakandi. Sólir og sólskipanir, ið vit nú síggja sum stjørnur, ferðast allar um trónu Guds í tí boga, við tí fer og í tí raðfylgjuni, sum hann ásetti. Skaparans navn stendur skrivað á øllum frá tí minsta til tað størsta. Alt vísir á hansara velduga almátt.

Sum ævinleikans ár renna, koma alt ríkari opinberingar um Gud og Kristus. Kærleikin og virðingin fyri Gudi veksur uttan íhald, jú meira tey skilja av stórleikanum í lyndinum. Táið Jesus vísir teimum ríkidømi frelsunnar og sigur frá øllum avrikunum í bardaganum mikla við Satan, fyllast hjørtuni við enn størri ynski um at tæna honum. Og við enn størri gleði spæla tey á gullhørpurnar, ímeðan tíggjutúsund ferir tíggjutúsund og túsund ferir túsind røddir savnast í megaveldigum lovsangskóri.

”Og hvønn skapning, sum er í Himlinum, á jørðini, undir jørðini og í havinum, ja, alt, sum teimum er í, hoyrdi eg siga: »Honum, sum í hásætinum situr, og Lambinum, tilhoyrir signingin, heiðurin, dýrdin og mátturin í aldur og allar ævir!«”

Bardagin mikli er liðugur og endaliga farin afturum. Synd og syndarar eru ikki til. Alheimurin erreinur. Javnvág og gleði fara sum hjartasløg ígjøgnum alt tað ómetaliga skapanarverkið.

Frá honum, sum skapti alt, streymar lív, ljós og gleði út til tann óendaliga alheimin. Alt frá tí minsta atominum til ta størstu klótuna - bæði tað sum livir og tað, sum ikki livir - sigur í reinum vakurleika og fullkomnari frøi: GUD ER KÆRKLEIKI.