Bardagin Mikli kapitel 5. Fra side 79tilbage

Morgunstjørnatrúbótsins, Wiclif

Undan siðaskiftinum vóru bara fá eintøk av Bíbliuni til. Men Gud loyvdi ikki, at orð hansara varð týnt. Sannleikarnir skuldu ikki liggja krógvaðir í allar ævir. Tað fall Gudi eins lætt at loysa tær leinkjur, sum bundu orð lívsins, sum at lata hurðar upp í fongsli fyri at lata tænarar sínar leysar. Í nógvum londum í Evropa skundaði Andi Guds undir menn at leita eftir sannleikanum sum eftir einum fjaldum dýrgripum.

Heilagi andin vísti teimum veg til ta heilagu Skriftina, sum teir lósu við djúpum áhuga. Teir vildu finna ljósið, kosta hvat tað vildi.Hóast teir ikki skiltu alt, sum teir lósu, eydnaðist teimum at finna nógvar sannleikar, sum leingi høvdu ligið fjaldir. Sum sendiboð av Himli fóru teir út og eggjaðu fólki, sum so leingi høvdu livað í trældómi, at reisa seg og at stríðast fyri sínum frælsi.

Burtursæð frá valdensunum, sum áttu Skriftina á egnum máli, hevði orð Guds í øldir ikki verið atkomiligt fyri onnur enn tey lærdu, tí tað bert var til á einum máli (latíni), sum bert hesir lærdu skiltu. Men tíðin var nú komin, at Skriftin skuldi umsetast og berast út til tað javna vanliga fólkið í ymsum londum á teirra egna máli. Midnáttartími heimsins var farin aftur um bak.Náttarmyrkrið var í fer við at skotrast burtur, og í nógvum londum sóust nú tey fyrstu tekinini um sólarris.

Í 1300-talinum kom “trúbótarinnar morgunstjørna” í Onglandi. John Wiclif var ikki einans undangongumaður trúbótsins í Onglandi, men í øllum tí kristna heiminum. Harða mótmæli, sum hann vendi ímóti romakirkjuni, tagnaði ongantíð aftur. Hann fór undir stríðið, sum seinni førdi til frígering fyri tann einstaka, fyri kirkjur og fyri lond.

Wiclif fekk eina fjøltáttaða útbúgving, og fyri hann var gudsóttin byrjan til vísdóm. Á lærda háskúlanum var hann kendur fyri sín inniliga gudsótta og framúr góðu evnir og stóru vitan. Hann tráaði eftir vitan innan allar greinar av vísindum. Hann læs heimspeki, halgibøkur Bíbliunnar og borgarligan rætt, serliga borgarligan rætt í egna landi sínum. Tann útbúgvingin, ið hann fekk sum ungur, setti týðulig spor í virki hansara seinni í lívinum. Hansara vitan um heimsspeki gjørdi hann føran fyri at avdúka hennara mistøk, og kunnleiki hansara til kirkjurættin og tær borgarligu lógirnar í landinum, gjørdu hann føran fyri at fara undir tað stóra stríðið fyri borgarligum og átrúnaðarligum frælsi.

Afturat førleikunum til at nýta tey vápnini, sum finnast í orði Guds, átti hann vitborna kunnleikan, sum hann hevði ognað sær í skúlanum, og hann kendi allar tær skolastisku snildirnar. Hansara stóru gávur við víttfevnandi og neyvum kunnleika, vunnu stóra virðing frá bæði vinum og fíggindum. Viðhaldsfólk hansara varnaðust við nøgdsemi, at leiðari teirra kom í fremstu røð ímillum andaliga úrvalslið Onglands, og at fíggindarnir onga leið komu við at halda hánt um søk trúbótarinnar í royndum sínum at vísa til fávitsku ella veikleika hjá leiðara hennara.

Longu á lærda háskúlanum fór Wiclif undir at granska Skriftina. Av tí at Bíblian tá bara var til á teimum klassisku málunum, vóru tað bara tey lærdu, sum høvdu atgongd til sannleikans keldu. Tey ólærdu dugdu ikki at lesa hana. Gøtan var soleiðis slóðað fyri framtíð Wiclifs sum trúbótarfólk. Við at granska orð Guds, høvdu lærdir menn funnið tann stóra sannleikan um Guds náði. Í frálæruni kunnaðu teir síðani onnur um sannleikan og eggjaðu teimum til at lesa tað livandi orðið.

Táið hugur Wiclifs fall á Skriftina, fór hann undir at granska hana við tí sama neyvleikanum, sum hann hevði lagt fyri dagin til alt annað, hann hevði tykist við. Hann hevði higartil kent ein sakn, sum heimspekin og læra kirkjunnar ikki nøktaði. Í orði Guds fann hann tað, sum hann uttan úrslit hevði leitað eftir. Gjøgnum tað fann hann frelsuætlan Guds og sá Kristus lýstan sum einasta talsmann menniskjunnar. Nú varð hann sannførdur um at fara í tænastu Kristusar og gjørdi av at boða teir sannleikarnar, sum hann hevði funnið.

Ranglæra kirkjunnar avdúkað
Eins og trúbótarfólk eftir hann visti Wiclif ikki, hvat gerðir hansara fóru at føra til. Tað var ikki ætlanin at arbeiða ímóti romakirkjuni, men stóri kærleikin til sannleikan gjørdi, at hann ikki slapp undan at koma í stríð við ósannleikan.Jú greiðari hann gjørdist um villleiðingarnar hjá pávaveldinum, jú meira orku legði hann í at kunna um Bíbliuna. Hann sá at romakirkjan hevði hevjað mannasiðir fram um læru Bíbliunnar. Óræddur ákærdi hann prestarnar at vanvirða Bíbliuna. Hann kravdi, at fólkið sjálvt fekk Bíbliuna í ogn, og at kirkjan samstundis góðtók hennara fulla myndugleika.

Wiclif var ein dugnaligur lærari og góður talari, og sjálvur livdi hann í sínum dagliga lívi eftir teimum sannleikunum, sum hann boðaði.Kunnleiki hansara til Skriftina, hansara gløgga vit og skil, reini atburður, rættlætið og ókúgandi dirvið, gjørdu, at hann var høgt í metum manna millum, og at fólk høvdu gott álit á honum. Nógv gjørdust ónøgd við trúnna, tey higartil høvdu havt, táið tey vóru varug við tær syndir, sum romakirkjan umboðaði. Tey krógvaðu ikki gleðina um sannleikarnar, sum Wiclif hevði borið teimum. Men umboð pávakirkjunnar gjørdust karvandi óð, táið tey vórðu greið yvir, at hesin trúbótarmaðurin hevði størri ávirkan á fólk enn tey.

Wiclif hevði eitt gløgt eyga fyri villleiðingum, og fór óttaleysur í stríð ímóti misnýtsluni, sum leiðsla romakirkjunar hevði góðkent og verksett. Ímeðan hann var hovskapilánur, kongaligur hjálparprestur, játtaði hann seg sum avgjørdan mótstøðumann av, at tann enski kongurin skuldi gjalda skatt til pávan, og hann vísti á, at tann myndugleikin, sum pávin hevði tikið sær yvir heimsins kongum og ríkisleiðarum, var bæði í stríð við vanligt vit og skil og við ta heilagu opinberingina.

Krav pávans hevði vakt mikla vreiði, og tankar Wiclifs ávirkaðu eisini í stóran mun landsins leiðandi menn. Kongurin og aðalin samdust nú um, at vísa kravi pávans aftur um tað verðsliga yvirvaldið og at nokta, at gjalda skattin. Soleiðis fekk vald pávans í Onglandi eitt slag fyri bógvin.

Ein annar meinbogi, sum trúbótarmaðurin stríddist bæði leingi og avgjørdur ímóti, var skipanin við biddaramunkum. Ein hópur av teimum sløddist runt í Onglandi. Teir vóru ein spilla fyri landsins ríkidømi og stórleika. Bæði vinnulívið, skúlin, uppalingin og moralurin vóru ávirkaði av teirra oyðileggjandi virksemi. Yrkaleysir munkar gingu javnt og samt biddaragongd og tærdu úr kovanum hjá fólki, eins og teir skaptu vanvirðing fyri gagnligum arbeiði. Hetta spilti ungdómin. Munkarnir ávirkaðu ungdómin til at fara í kleystur og at gerast munkar ella nunnur, og hetta hendi ikki bara uttan loyvi frá foreldrunum, men eisini uttan teirra vitan og beint ímóti teirra vilja.

Ein romverskur kirkjufaðir hevði við stórari ávirkan ført fram, at munkaskipanin kom fram um allar skyldur og fram um kærleikan, ið børnini skyldaðu foreldrum sínum. Hann segði: “Um so faðir tín skuldi ligið fyri durum tínum grátandi og venandi, og móður tín vísti tær tann kropp, sum bar teg, og tey bróst, ið góvu tær føði, síggj til, at tú skúgvar tey til viks og finnur beina leið fram til Kristus.” Við hesi“andstyggiligu ómensku”, sum Luther seinni nevndi tað, “sum meira líkist úlvinum og valdsharranum enn tí kristna menniskjanum,” vórðu hjørtuni í børnunum sett upp ímóti foreldrum sínum.1Á henda hátt settu umboð pávans boð Guds til síðis og sína egnu siðvenju inn í staðin, eins og fariseararnir á sinni. Børnini fóru frá heimi sínum, og foreldrini mistu samveruna við synir og døtur sínar.

Sjálvt studentarnir við lærdu skúlarnar lótu seg tøla av svikum munkanna, og limaðu seg inn í teirra skipanir. Nógvir iðraðu seg um tað, táið tað seinni varð teimum greitt, at teir høvdu spilt sítt egna lív og volt foreldrunum stóra sorg. Men táið teir vóru farnir í felluna, var tað ógjørligt hjá teimum at fáa frælsið aftur.Nógv foreldur noktaðu at senda børn síni á lærdan skúla av ótta fyri munkunum. Av hesari orsøkini fall eisini tilgongdin av lesandi, og fávitskan breiddi seg um landið.

Pávin hevði givið munkunum myndugleikan til, at teir kundu taka fólk inn at skrifta og geva fyrigeving syndanna. Nógv ónt stóðst av hesum. Munkarnir vóru óðir eftir pengum og so mikið grammari eftir at veita fyrigeving syndanna. Teir fingu vitjan av alskins brotsmonnum, og úrslitið var, at tær verstu ódygdirnar breiddu seg.

Tey sjúku og tey fátæku fingu onga umsorgan. Munkarnir fóru við teimum gávunum, sum áttu at fari til at gagna teimum neyðstøddu. Við hóttan kravdu teir gávur og olmussur frá fólki og dømdu tey gudloysingar, um tey ikki vildu lata munkaskipanini sínar pengar. Hóast munkarnir lótust at vera fátækir, vaks ríkidømi støðugt. Stóru bygningarnir og lív teirra sampakkaði ikki fátækradømið í landinum.

Ímeðan biddandi munkarnir sjálvir livdu í yvirflóð, sendu teir menn, sum dugdu at siga frá ævintýrligum og stuttligum søgum at undirhalda fólki, sum á hendan hátt vóru enn meira lumpaði. Soleiðis varðveittu munkarnir valdið á fólki. Teir billaðu teimum inn, at øll trúarskyldan lá í at viðurkenna yvirvald pávans, biðja til halgimennir og at geva munkunum gávur – og at hetta fór at tryggja teimum sess í Himmiríki.

Lærdir menn høvdu uttan úrslit roynt at broyta hesar skipanirnar hjá munkunum, men Wiclif leit at teimum við klárari eygum og fór eftir sjálvari rótini til alt óskilið, táið hann bar fram, at sjálv skipanin var skeiv og skuldi takast burtur. Nú tók eitt kjak seg upp um trupulleikan.

Táið munkarnir ferðaðust kring landið og seldu avlátsbrøv pávans, fóru fólk sum frá leið at spyrja, um tað veruliga bar til at keypa syndanna fyrigeving fyri pengar, og um tað ikki var rættari at finna hana hjá Gudi heldur enn hjá pávanum. Nógv kendu seg illa viðfarin av girnd munkanna, sum tóktist ómettandi. Hesi søgdu: “Munkar og prestar Roma eta okkum upp sum krabbamein. Gud má loysa okkum, annars gongur fólkið til grundar.” Fyri at káva út yvir girndina, hildu munkarnir fast við, at teir fylgdu Frelsarans fyrimynd, og vístu á, at Jesus og lærusveinar hansara eisini livdu av gávum frá fólki. Á henda hátt skaddu teir sína egnu søk, tí nú fóru fólk sjálv at leita í Bíbliuni eftir sannleikanum – ímóti áhuganum í Rom. Fólk góvu sær nú meira far um sannleikans keldu, sum pávakirkjan av øllum alvi hevði roynt at krógva fyri fólki.

Wiclif fór undir at skriva og útgeva smárit ímóti biddaramunkunum. Ætlanin var í grundini ikki at koma í stríð við teir, men at leiða fólksins áhuga inn á Bíbliuna og á rithøvund hennara. Hann stóð fastur við páhaldið, at pávin ikki hevur størri heimild og vald til at fyrigeva syndir ella til at vísa fólki burtur úr kirkjuni enn vanligir prestar - og at eingin av álvara er burturvístur uttan so, at hann fær dóm Guds. Hetta var ein munagóður háttur at kollrenna pávans andaliga og verðsliga bygningsverk, sum helt sálir í milliónatali í trældómi.

Talsmaður trúarfrælsins
Enn einaferð fekk Wiclif litið upp í hendur at verja rættindini hjá ensku krúnuni ímóti yvirgangi Roma. Hann varð útnevndur kongaligur sendimaður og var tvey ár í Niðurlondum og samráddist við sendimenn pávans. Her møtti hann kirkjufólki úr Fraklandi, Italia og Spania, og fekk innlit í mong viðurskiftir handan leiktjøld. Hann fekk innlit í ymist, sum hann ikki hevði kent til í Onglandi, og lærdi tá ein hóp, sum seinni gjørdi arbeiðið enn virknari. Ímeðan hann ferðaðist runt við hesum umboðmonnum úr pávaborgini, gjørdist hann alt greiðari um tað sanna andlitið á prestaveldinum. Táið hann kom aftur til Onglands, stóð hann tí uppaftur fastari við síni sjónarmið, har hann opin og íðin kunngjørdi, at girnd, stoltleiki og svik vóru gudar Roms.

Í einum av trúarritunum skrivaði hann um pávan og innkrevjarar hansara: “Teir fara av landinum við pengunum, sum fátæk fólk skulu liva av. Hvørt ár fara teir avstað við túsundatali av markum kongsins til sakramentir og andaligar lutir, sum eru dómfeld falslæra og simoni, og teir fáa allan tann kristna heimin at taka undir við hesum. Ja vissuliga, um tað var eitt fjall av gulli í landi okkara, og eingin annar tók av tí enn stolti verðsligi innkrevjari prestsins, hevði hetta fjall svunnið burtur, tí hann tekur støðugt pengar við sær út úr landi okkara og letur einki annað eftir seg enn Guds bannseting fyri hesa simoni.”3

Stutt eftir atWiclif kom aftur til Onglands, útnevndi kongurin hann til prest í Lutterworth. Tað vísti at kongurin ikki hevði tikið frástøðu frá hansara greiðu talu. Wiclif ávirkaði og setti dám á viðurskiftini á kongsborgini og á trúnna hjá fólki.

Hevnd pávans gav stríð
Tað vardi ikki leingi til pávin fór at dundra sum torugangur eftir Wiclif. Hann sendi trý pávabrøv til Onglands, eitt til teir lærdu skúlarnar, eitt til kongsborgina og eitt til prestarnar. Í øllum trimum brøvunum varð kravt, at tiltøk í stundini skuldu setast í verk til tess at fáa hendan falslæraran at tagna.4

Áðrenn pávabrøvini komu fram, høvdu bisparnir í síni neyð longu stevnt Wiclif fyri ein dómstól, men tveir av landsins máttmiklastu monnum fylgdust við honum inn í rættarsalin, og táið mannamúgvan sló ring um bygningin og tusti inn í hann, gjørdust dómararnir bangnir, rættarmálið varð útsett, og Wiclif slapp at fara í friði. Stutt eftir hetta doyði Edvard III., sum á ellisárum varð eggjaður av prestunum til at stríðast ímóti trúbótarmanninum. Verndarmaður Wiclifs gjørdist nú kongur í Onglandi.

Pávabrøvini áløgdu alt Ongland til at handtaka og fongsla ‘falslæraran’. Hesi boð peikaðu beinleiðis á bálið. Tað sá út sum um, at Rom nú fekk hevnd sína. Men hann, sum einaferð segði við ein mann:“Óttast ikki . . . Eg eri skjøldur tín,”5rætti nú aftur hond sína út og vardi tænara sín. Tað varð ikki trúbótarmaðurin, men pávin, sum doyði, hesin, sum sjálvur hevði deyðadømt hann.Táið Gregor XI. andaðist, fóru teir prestarnir, sum vóru komnir saman fyri at døma Wiclif, aftur hvør til sítt.

Forsjón Guds leiddi framvegis gongdini, soleiðis at virksemið í trúbótini helt fram. Eftir deyða Gregors vórðu tveir pávar valdir, sum stríddust sínámillum. Báðir søgdu seg vera lýtaleysar og kravdu lýdni. Báðir eggjaðu sínum viðhaldsfólki til at stríðast ímóti hinum partinum, og báðir løgdu dent á síni krøv við ræðuligum illbønum yvir mótstøðumenninar, og góvu lyftir um stóra løn í Himli til viðhaldsfólk síni.Hetta gjørdi sítt til, at pávaveldið viknaði.

Teir stríðandi partarnir høvdu úr at gera við at leypa á hvønn annan ogWiclif fekk frið hesa tíðina. Pávarnir slongdu bannlýsingar og sínámillum ákærur eftir hvørjum øðrum, og blóðið rann í stríðum streymi.Kirkjan var ferð eftir ferð rakt av brotsverkum og gølum. Ímeðan alt hetta stóð við, livdi trúbótarmaðurin í frið og náðum í sókn sínari í Lutterworth og arbeiddi fyri at leiða fólk burtur frá teimum stríðandi pávunum til friðarhøvdingan Jesus.

Tvídrátturin ímillum pávarnar, ófriðurin og siðaspillan, hann hevði við sær, opnaði leiðina fyri siðaskifti, tá fólk nú sóu, hvat pávadømi veruliga var. Í einum trúarriti hjáWiclif,“Tvídráttur pávanna”, bað hann fólk hugsa um, hvørt hesir pávarnir tosaðu satt, táið teir hvør í sínum lagi umrøddu hin sum antikrist.Hann skrivaði:“Gud kundi ikki longur loyva Satani at stjørna ígjøgnum ein einsamallan prest av hesum slagnum, og tí . . . . setti hann tveir ístaðin, so at fólk í navni Kristusar lættari kundu vinna á teimum báðum.”

Wiclif setti djúp spor í bretskan kristindóm
Eins og Meistari sín talaði Wiclif gleðiboðskapin til tey fátæku. Tað var ikki nóg mikið, at ljósið skein inn til tey lítillátaðu heimini í sókn hansara í Lutterworth. Hann setti sær fyri at breiða tað út um alt landið. Fyri at náa málinum skipaði hann ein bólk av trúboðarum við lítillátaðum og gudsóttandi monnum, sum elskaðu sannleikan og sóu tað sum hægsta málið at boða hann til fólkið. Teir fóru allastaðni. Teir kunnaðu á torgum, á gøtunum í stórbýunum og úti á landavegunum. Teir vitjaðu tey gomlu, tey sjúku og tey fátæku og góvu teimum boðskapin um Guds náði.

Sum professari í gudfrøði við lærda háskúlan í Oxford talaði Wiclif Guds orð. Hann talaði sannleikans orð við slíkum trúskapi, at hann varð nevndur “hin evangeliski doktarin.” Men størsta verkið fór at vera umsetingin av Skriftini til enskt.Í verkinum: Sannleikin og týdningurin av Skriftini,”førdi hann fram, at ætlan hansara var at umseta Bíbliuna, so at øll í Onglandi sjálv kundu lesa um undurverk Guds á egnum máli.

Brádliga varð hann steðgaður í arbeiðnum. Hóast hann ikki enn var 60 ár, hevði hansara áhaldandi stríð, gransking og álopini frá fíggindum tært orkuna og gjørt hann gamlan fyri tíðina. Hann gjørdist álvarsliga sjúkur. Munkarnir fegnaðust um hesi tíðindir. Nú væntaðu teir, at hann sáran fór at harmast alt tað ónda, hann hevði gjørt ímóti kirkjuni. Teir skundaðu sær til sjúkraleguna fyri at hoyra hann skrifta. Har komu umboð úr fýra ymiskum trúarskipanum og eisini fýra umboð frá teimum borgarligu myndugleikunum. Allir savnaðust rundan um hendan at síggja til doyggjandi mann og søgdu:

“Tú stendur við deyðans gátt. Ber angur um syndir tínar og tak í okkara nærveru alt aftur í teg, sum tú hevur sagt fyri at skaða okkum.” Trúbótarmaðurin lurtaði í tøgn. Síðani bað hann tænara sín hjálpa sær upp at sita. Hann stardi at teimum, har teir stóðu og bíðaðu eftir svarinum, og segði síðani við somu strongu og tryggu røddini, sum so ofta hevði fingið teir at skelva: “Eg fari ikki at doyggja, men at liva, og enn einaferð at avdúka tykkara óndu gerðir.”7Tá hann hetta hevði sagt, skundaðu munkarnir sær á dyr.

Orð Wiclifs gingu út. Hann livdi so mikið leingi, at hann gav landsmonnum sínum tað sterkasta vápnið ímóti romakirkjuni – Bíbliuna – boðini av Himli at frelsa, kunna og at kristna fólkið. Vinnast skuldi á nógvum forðingum, áðrenn hetta mál varð rokkið. Wiclif var skerdur, av tí at heilsan var farin at bila. Hann visti, at hann bara hevði nøkur fá ár eftir.Hann var eisini greiður yvir, at mótstøðan fór at vera hørð, men hann stríddist óræddur við áliti á lyftini í Guds orði. Við Guds hjálp megnaði hann sína størstu uppgávu í lívinum – ímeðan hann framvegis var við sítt fulla skil. Nú uppreistur leikaði á í øllum tí kristna heiminum, nýtti trúbótarmaðurin tíð sína í heimi sínum í Lutterworth til uppgávuna, sum honum var tillutað og uttan at gáa um illveðrið, sum herjaði uttanfyri.

At enda varð arbeiðið liðugt. Tann fyrsta enska umsetingin av Bíbliuni var liðug. Tað enska fólkið hevði nú fingið atgongd til Guds orð. Nú ræddist Wiclif hvørki fongslið ella bálið. Hann hevði givið fólki sínum eitt ljós, sum ongantíð skuldi slokna.Við at geva landsmonnunum Bíbliuna, breyt hann leinkjur fávitskunnar og vann landinum størri frælsi, enn sjálvt tann glæsiligasti sigur á hermótinum nakrantíð hevði gjørt.

Prentarakynstrið var ikki enn uppfunnið. Tað var tí torført og tíðarkrevjandi at margfalda Bíbliuna. Men áhugin fyri bókini var so stórur, at nógv bjóðaðu seg til at hjálpa við at avskriva hana. Tað gekk illa at nøkta eftirspurningin.Nøkur múgvandi ynsktu sær alla Bíbliuna, og onnur keyptu bara partar av henni. Í nógvum førum keyptu fleiri familjur eitt eintak í felag, og Bíblia Wiclifs fann sær vegin inn í nógv heim.

Nú kundu fólk nýta sítt egna vit og skil og ikki longur bara geva seg undir lærusetningar pávans uttan fyrilit. Wiclif stóð fastur við lærusetningarnar, sum eru serligir fyri protestantar, nevniliga, at frelsa einans fæst við trúgv á Kristus og á læruna um lýtaloysi Bíbliunnar.Teir trúboðararnir, sum hann sendi út, fluttu fólkinum Bíbliuna og aðrar skriftir hjá trúbótarmanninum. Arbeiðið bar so ríkar fruktir, at næstan helvtin av enska fólkinum tók við nýggju trúnni.

Kirkjumyndugleikarnir vórðu skelkaðir, táið nýggja Bíblian kom út. Her møtti teimum ein megi, sum var størri enn Wiclifs - og vápn teirra megnaðu sær lítið og onki ímóti henni. Tá var eingin lóg í Onglandi, sum bannaði Bíbliuna, tí hon var ongantíð áður komin út á enskum. Seinni kom ein tílík lóg, sum varð strangliga hildin. Men fyribils var møguleikin lógligur at spjaða Guds orð út, hóast mótstøðan frá prestunum var stór.

Verji sannleikans kemur fyri bretskan dómstól
Fólk pávans løgdu nú upp nýggj svikaráð fyri at fáaWiclif at tiga. Hann varð stevndur inn fyri tríggjar ymiskar dómstólar, men uttan úrslit. Leiðandi bispar lýstu skriftir hansara fyri at vera falslæru. Tað eydnaðist teimum at fáa tann unga kongin, Richard II., í sín part, og eitt kongaligt skriv kom síðani út, sum dømdi øll til fongsulsrevsing, sum tóku undir við ‘følsku’ læruni.

Wiclif sendi eina kæru til tingið. Óttaleysur ákærdi hann prestaveldið fyri tjóðskaparliga ráðnum, har hann kravdi broyting av teirri embætisnýtslu, sum kirkjan góðtók. Við so sannførandi megi greiddi hann frá, hvussu órættvíst og spillandi pávaveldið fór fram, at fíggindar hansara vórðu ørkymlaðir.

Vinir og viðhaldsfólk Wiclifs vórðu noydd til at slaka, og øll væntaðu nú, at trúbótarmaðurin sjálvur, sum nú var gamal, einsamallur og uttan vinir, eisini fór at boyggja seg fyri tí savnaðu megini hjá krúnuni og kirkjuni. Men tað endaði ístaðin við, at tey pávaligu umboðini taptu stríðið. Tingið lat seg ávirka av hugtakandi ákærum Wiclifs og tók aftur kunngerðina um, atWiclif og viðhaldsfólk hansara skuldu jagstrast, og trúbótarmaðurin var nú aftur ein frælsur maður.

Undir triðja rættarmálinum varð Wiclif kallaður fram fyri landsins hægsta prestadómstól. Har var eingin náði fyri falslæru. Nú fór romakirkjan at enda at sigra og steðga virksemi trúbótarmansins.Tað hugsaðu undir øllum umstøðum umboðsmenn pávans. Vunnu teir nú málið, varðWiclif antin dømdur til at avnokta sína læru ella at verða brendur á báli.

MenWiclif avnoktaði onki. Uttan at ridla helt hann fast um læruna og vísti aftur allar ákærur. Hann hugsaði als ikki um sína egnu støðu ella um umstøðurnar annars. Hann stevndi áhoyrarum sínum inn fyri Guds dómstól, og setti snildir og svik teirra upp ímóti tí æviga sannleikanum. Nærvera heilaga Andans kendist heilt týðiliga at vera til staðar í rættarsalinum!

Áhoyrararnir sótu sum negldir av megi Guds. Teir fingu ikki flutt seg av fetanum. Orð trúbótarmansins boraðu seg djúpt í hjørtuni sum ørvar úr ørvahúsa Guds. Hann var ákærdur fyri falslæru. Men nú slongdi hann við stórari megi hesar ákærur aftur ímóti prestadómstólinum og spurdi, hví teir sjálvir vágaðu sær at breiða út sína falslæru og brúka náði Guds til handilsskap?

“Hvørjum halda tit tykkum at stríðast ímóti?”Spurdi hann at enda. “Ímóti einum gomlum doyggjandi manni? Nei! Ímóti Sannleikanum – tí Sannleikanum, sum er sterkari enn tit, og sum fer at sigra á tykkum.”8Tá hann hevði sagt tað, fór hann avstað, og ikki ein einasti av mótstøðumonnum hansara royndi at steðga honum.

Lívsverk Wiclifs var næstan at enda komið. Tað sannleikans merki, sum hann so leingi hevði hevjað, skuldi skjótt falla úr hondum hansara. Men enn einaferð skuldi hann vitna fyri gleðiboðskapin.Sannleikin skuldi boðast í sjálvari háborgini hjá vilstu kirkjuni.Wiclif varð stevndur inn fyri pávaliga dómstólin í Rom, sum so mangan hevði helt út blóð teirra heilagu.

Hann kendi vandan og hevði fegin farið avstað, um ikki lammilsi rakti hann og forðaði honum at fara. Hann fekk ikki brúkt rødd sína í Rom, men skrivaði ístaðin eitt bræv, har hann segði sína hugsan. Av prestagarðinum sendi hann pávanum eitt bræv. Tað varð skrivað í fólkaligum tóna og kristiligum anda, men tað var eitt strangt ummæli av skarti, skreyti og stoltleika pávastólsins:

Hannskrivaði: “Tað er mær ein sonn gleði, at játta mína trúgv fyri øllum menniskjum og serliga fyri bispinum í Rom. Av tí at eg haldi hesa trúgv fríska og sanna, fer hann uttan iva at staðfesta hesa mína trúgv, men skuldi hon verið følsk og skeiv, fer hann at rættleiða hana.

Fyrst av øllum trúgvi eg, at boðskapur Kristusar er samanlagda lóg Guds .... Tá bispurin í Rom er umboðsmaður Kristusar á jørð, meti eg hann knýttan at lógini í gleðiboðskapinum fram um øll menniskju. Stórbæri lærusveinanna var ikki til verðsliga tign ella heiðursmerkir, men heldur í inniligum og neyvum lívi eftir fyrimynd Kristusar. Táið Kristus gekk á foldum, var hann ein fátækur maður, sum vanvirdi og vrakaði alt verðsligt ríkidømi og allan verðsligan heiður .....

Onki reiðiligt menniskja eigur at fylgja hvørki pávanum ella nøkrum øðrum av hinum heilagu monnunum á annan hátt enn, har teir fylgja Harranum Jesus Kristus eftir. Pætur og synir Zebedeusar vaktu tykni, táið teir ynsktu sær verðsligan heiður, sum var í stríð við fyridømi Kristusar, og tí eiga vit ikki at fylgja hesum mistøkum.

Pávin átti at latið alt verðsligt vald til teir verðsligu myndugleikarnar, og harafturat lagt prestaskapi sínum eina við at gjørt tað sama; tí tað gjørdi Kristus serliga sýnt ígjøgnum lærusveinar sínar. Um eg eri farin skeivur á nøkrum av hesum økjum, lati eg meg eyðmjúkliga rættleiða, ja, um neyðugt fara í deyðan. Um eg kundi gjørt eftir mínum egna vilja og ynski, hevði eg fegin komið til Rom; men Harrin vildi tað øðrvísi, so tað letur seg ikki gera, og eg má fylgja hansara vilja.”

At enda í brævinum skrivaði hann: “Lat okkum biðja til Gud um, at hann vil vekja og ávirka páva okkara, Urban VI, at hann saman við prestaskapi sínum vil fylgja Harranum Jesusi Kristi í lívi og atburði, so teir fáa styrkina til at læra fólki við nærlagni, soleiðis, at tað eisini við trúfesti kann gera tað sama.”9

Á henda hátt vísti Wiclif pávanum og kardinalum hansara á eyðmjúkleika og á spaklyndi Kristusar. Hann vísti ikki bara teimum á tað, men hann vísti øllum tí kristna heiminum á, hvør munurin var á teimum og tí Meistara, hvørs umboðsmenn teir søgdu seg vera.

Ódeyðiligt lívsavrik
Wiclif var fullkomiliga greiður yvir, at trúskapur hansara kundi kosta honum lívið. Kongur, pávi og bispar lógu honum eftir lívinum, og eftir øllum sólarmerkjum at døma slapst ikki undan, at hann um fáar mánaðir varð førdur á bálið. Men onki fekk dirvið at ridla. “Hví talar tú um at finna blóðvitniskrúnu fjart burturi?” Boða boðskap Kristusar fyri teimum stoltu kirkjumonnunum - og blóðvitnisdeyðin er tær vísur. Hvat? Skuldi eg livað og tagt? . . . Aldri! Lat slagið koma, eg eri til reiðar.”10

Men Gud helt hondina yvir tænara sínum. Hesin maður, sum djarvur hevði vart sannleikan alt lívið og dagliga verið í vanda, skuldi ikki gerast offur fyri fígginda sannleikans. Wiclif royndi ongantíð at verja seg sjálvan, men Harrin var hirði hansara.

Táið fíggindarnir hildu, at teir høvdu fanga hann, lat Gud hann sleppa úr klóm teirra. Beint áðrenn hann skuldi býta út altargongu í kirkju síni í Lutterworth, varð hann raktur av lammilsi og doyði stutt eftir. Gud hevði sett Wiclif til sítt verk. Gud var tann, sum hevði lagt honum orðini í munnin og sett vaktarlið kring hann, so at orðini skuldu náa út til fólkið. Orð hansara vóru varðveitt, og verkini hildu fram, líka til grundin varð løgd til tað stóra trúbótarverkið.

Wiclif steig fram í miðaldarinnar djúpa myrkri. Hann hevði onga fyrimynd í nánd av sær at læra av, táið hann arbeiddi við umbótum.Eins og Jóannes Doyparin steig hann fram at útinna eitt serliga slóðbrótandi verk. Hann boðaði um eina nýggja tíð. Kortini var háttur hansara at boða sannleikan merktur av fullkominleika, sum stóð fult mát við nógvar trúbótamenn, sum komu eftir hann. So breiður og so djúpur var grundvøllurin, sum lagdur varð, og so føst og so trygg var trúbótin, at teir, sum komu eftir hann, einki nýttust at broyta.

Ein lýsandi andalig morgunstjørna
Tann stóra rørslan, sum John Wiclif byrjaði – gav meira rúm fyri tonkunum og samvitskuni. Hon loysti fólkið úr fjøtrum, ið so leingi høvdu spent tey fyri sigursvogn Roma. Rørslan bygdi á Bíbliuna.Her funnu tey kelduna til streymar av vælsigningum, sum síðani 14. øld hevur runnið sum ein lívgevandi streymur.

Wiclif góðtók treytaleyst, at heilaga Skriftin var íblásta opinberingin av vilja Guds. Tann neyðuga og fult nøktandi leiðreglan til trúnna og atburðin.Hann var sjálvur uppaldur til at síggja kirkjuna sum guddómliga og lýtaleysa myndugleikan og at góðtaka túsund ára gamlar lærur og siðvenjur. Men nú vendi hann sær frá øllum hesum, og fór ístaðinfyri at lurta eftir Guds heilaga orði.

Tað var hetta hægsta valdið, sum hann so inniliga bað fólkið um at góðkenna. Hann bar fram, at Guds rødd, sum hon ljóðar ígjøgnum Bíbliuna, er tann einasti sanni myndugleikin, og ikki kirkjan, sum talaði ígjøgnum prestarnar. Hann lærdi, at Bíblian er ein fullkomin opinbering av vilja Guds, at heilagi Andin er tann einasti tulkarin, og at hvør einstakur má finna fram til sínar skyldur út frá læru Bíbliunnar. Á hendan hátt vendi hann sinni menniskjans burtur frá pávanum og til orð Guds.

Wiclif var ein av heimsins størstu trúbótarmonnum. Einans fáir av teimum, sum komu eftir hann, kundu metast ájavnt við hann í gávum, í evnum at hugsa klárt, í óvikandi trúskapi ímóti sannleikanum og í dirvinum til at verja hann.Reinleiki í lívi og atburði, ótroyttiligt ágrýtni í gransking og arbeiði, ósvikaligt rættvísi, umframt kristin kærleiki og trúskapur í tænastuni. Alt hetta eyðkendi hendan mann, sum roknast fyri tann fyrsta trúbótarmannin. Hann hevði hesar eginleikarnar, og teir sermerktu hann, hóast alt andaliga myrkrið og ta stóru moralsku spilluna, sum var kring hann.

Lyndi Wiclifs var vitnisburður um, hvussu Skriftin kann menna og broyta menniskjað. Bíblian gjørdi hann til tað, sum hann var. Tað stríð, sum eitt menniskja ger sær fyri at skilja stóru sannleikarnar í Bíbliuni, virkar kveikjandi og styrkjandi á allan hátt.At granska Bíbliuna bøtir um allar tankar, kenslur og alla tráan, sum eingin annar lesnaður kann. Tað hevjar sinnalagið og halgar sálina. Um Skriftin varð lisin við ídni og í virðing, soleiðis at sinnið kom í samband við tankar Guds, hevði heimurin sæð menn við klárari og virknari andsevnum og eisini við hægri meginreglum, enn gransking av menniskjaligari heimspeki nakrantíð hevur kunnað megnað. “Táið tíni orð verða upplatin, geva tey ljós; tey geva einfaldum vit.”11

Andsfelagir Wiclifsar álopnir
Læran, sum Wiclif hevði borið fram, breiddi seg eina tíð. Viðhaldsfólkini, sum nevndust lollardar, ferðaðust ikki bert runt í Onglandi, men fóru eisini í onnur lond at boða gleðiboðskapin. Táið leiðarin var farin um sýn, fóru teir við enn størri ídni til verka, og stórir skarar streymaðu til fyri at hoyra boðskapin. Nógv aðalsfólk, ja enntá drotningin, vóru ímillum viðhaldsfólkini. Broytingar í siðum og vanum hjá fólki vóru tá ofta at síggja, og katólsku avgudamyndirnar hvurvu úr kirkjunum.

Men tað vardi ikki so leingi til illveðrið aftur brast á tey, sum tordu at hava Bíbliuna til sína leiðreglu. Teir ensku kongarnir vóru grammir eftir at styrkja vald sítt við stuðli úr Rom og teir jagstraðu uttan himpr trúbótarmenn og beindu fyri teimum. Tað hendi nú, at fyri fyrstu ferð í søgu Onglands varð bálið tikið í nýtslu ímóti viðhaldsfólki gleðisboðskapsins. Ein fyri og annar eftir fóru tey livandi á bálið og fingu blóðvitnisdeyðan. Stríðsmenn sannleikans vóru jagstraðir og píndir og kundu ikki gera annað, enn at rópa til Harran.Tey vórðu jagstrað sum kirkjufíggindar og landasvíkjarar, men tey hildu kortini fram at prædika orð Guds á loyniligum støðum. Tey krógvaðu seg í fátækum heimum, í hellum og í holum.

Hóast øgiliga jagstran, hoyrdust í øldir stillfør, álvarsom og tolin mótmælir ímóti trúarinnar avskepling. Tey kristnu í hesi tíðini kendu bert partar av sannleikanum, men tey høvdu lært at elska og virða orð Guds, og toldu pínuna fyri tað.Nógv gjørdu sum lærusveinarnir á sinni og góvu allar jarðiskar ognir frá sær fyri Kristi skuld.Tey, sum enn sluppu at vera í heimum sínum, góvu sínum jagstraðu brøðrum og systrum skjól, og tá tey sjálv vórðu jagstrað, funnu tey seg gleðiliga í at verða víst burtur. Satt er tað, at fólk í túsundatali lótu seg ræða av øðini hjá sínum jagstrarum og tryggjaðu sær frælsi við at avnokta trúnna. Men tey vóru ikki so fá – høg sum lág – sum óttaleys vitnaðu um sannleikan í fongsulsklivum, í “lollardatornum,” í pínslukømrum og á bálum. Tey gleddust um, at tey vóru verdug til at taka lut í líðingum Kristusar.

Tað eydnaðist ikki viðhaldsfólki pávans at fáa sín vilja við Wiclif á lívi, og hatrið gløddi víðari, meðan hann í friði lá í grøvini. Ein kirkjufundur í Konstanz avrráddi fjøruti ár eftir andlátið, at hansara beinagrind skuldu gravast upp og brennast alment, og at øskan skuldi latast í ein lítlan løk nærindis.“Hendan á,” sigur gamal rithøvundur, “hevur ført øsku hansara út í Avon, Avon hevur ført hana út í Severn, sum aftur hevur ført hana út í Bristolveitina. Haðani er hon aftur førd út í tað stóra havið. Soleiðis er øska Wiclifs vorðin eitt symbol fyri læru hansara, sum nú er breidd út um allan heimin.”12 Hesir fíggindar hansara skiltu bert lítið um virkningin av sínum óndu gerðum.

Tað var við at lesa skriftir Wiclifs at Johan Huss í Bøhmen varð eggjaður til at vraka romakirkjunnar mistøk og at fara undir sítt egna trúbótarvirksemi. Soleiðis varð sannleikans sáð sátt í hesum báðum londunum, ið lógu fjart hvørt frá øðrum. Úr Bøhmen breiddi rørslan seg til onnur lond. Tankar manna vóru beindir inn á orð Guds, sum so leingi hevði verið gloymt. Ein guddómlig hond var nú byrjað at slóða vegin til ta stóru trúbótina.