Bardagin Mikli kapitel 6. Fra side 97tilbage

Morgunroði í Evropa, Huss og Hieronymus

Longu 9. øld festi gleðiboðskapurin røtur í Bøhmen. Bíblian var týdd til mál fólksins og nýtt til gudstænastur. Men økta vald pávans kámaði orð Guds.Gregor VII., sum vildi eyðmýkja stoltu kongarnar, ætlaði sær eisini at kúga fólkið. Hann sendi eitt pávabræv út, sum bannaði gudstænastum á bøhmiskum.Pávin bar fram, at “tað hugaði tí Almáttuga, at gudstænasturnar vóru hildnar á einum fremmandum máli, á latíni, og at nógvar óndar villur høvdu sníkt seg inn, tí hendan reglan ikki var hildin.”1

Á henda hátt kravdi Rom, at orðsins ljós skuldi sløkkjast og fólkið haldast í myrkri. Men Himmalin hevði onnur amboð at varðveita samkomuna. Nógvir valdensar og albigensar, sum vórðu jagstraðir í Fraklandi og Italia, komu til Bøhmen og arbeiddu har í loyndum. Á hendan hátt varð tann sanna trúgvin varðveitt øld eftir øld.

Eisini innan Jan Hus (1370-1415) átalaðu fleiri menn í Bøhmen opið spilluna í kirkjuni og tað stóra siðloysi fólksins. Virksemi teirra vakti áhuga víða um. Hetta gjørdi prestarnar óttafullar og teir settu í verk at jagstra viðhaldsfólk gleðiboðskapsins. Jagstraði av hermonnum noyddust tey tá at halda gudstænastur í skógum og á fjøllum. Nógv vórðu dripin. Seinni vórðu øll dømd á bálið, sum ikki tilbóðu Gud eftir reglunum úr Rom.

Men táið tey kristnu fóru í deyðan, sóu tey fram til dagin, at søk teirra fór at sigra. Ein teirra, sum helt uppá, ”at frelsan einans fæst við trúnni á krossfesta Frelsaran,” segði á síni deyðastund: “Í dag sigrar øði fíggindanna á mær, men soleiðis fer ikki altíð at vera. Ein kemur úr vanliga fólkinum uttan svørð og myndugleika, og honum sigra tey ikki á.”2Stund Luthers var ikki enn komin, men hon nærkaðist, táið tala hansara ímóti Rom fór at fáa stórar rembingar í fólkið.

Ljós framtíð
Jóhan Huss var av fátækum fólki. Pápin doyði ungur. Mamman sá útbúgving og gudsótta sum tað besta fyri eitt menniskja, og royndi at tryggja soninum hendan arvin. Eftir vanliga skúlagongd søkti hann inn á lærda háskúlan í Prag, har hann fekk ókeypis skúlagongd.Mamman fylgdi honum til Prag, men hon var ikki før fyri at geva honum nakað verðsligt ríkidømi, og táið tey nærkaðust býnum, legði hon seg á knæ saman við honum og bað Gud vælsigna hann. Lítið vardi tað hana, á hvønn undurfullan hátt at bøn hennara fór at verða svarað.

Á lærda háskúlanum vísti Huss skjótt eitt ótroyttandi ágrýtni og gjørdi stór framstig.Samstundis vann hann virðing ímillum fólk við síni lýtaleysu framferð og dámliga sinnalagi.Hann var trúgvur katolikkur og strembaði íðin eftir teimum andaligu vælsignilsum, ið romakirkjan letst at geva. Einaferð við eina kirkjuliga fagnaðarveitlsu fór hann at skrifta, rindaði sínar síðstu pengar, og fór síðani við í skrúðgongu fyri at fáa ta lovaðu syndafyrigevingina.

Táið hann var liðugur við útbúgvingina varð hann vorðin prestur. Hann var skjótt nógv avhildin og knýttur til tað kongaliga hovið. Eisini var hann tilnevndur professari og seinni rektari á lærda háskúlanum, har hann sjálvur hevði fingið sær útbúgving. Eftir fáum árum var hesin lítillátaði næmingur vorðin stoltleiki landsins, og navn hansara kent út um alt Evropa.

Wiclif vísti vegin
Men tað var á einum øðrum øki, at Huss fór undir sítt trúbótarvirksemi. Nøkur ár eftir prestavígsluna fekk hann kallið at vera prestur við Betlehemskirkjuna í Pragh. Grundleggjarin av hesari kirkju ynskti, at Skriftin varð boðað á fólksins egna máli. Og hóast mótstøðuna úr Rom, so var hetta ongantíð steðgað í Bøhmen. Men stór líkasæla var um Bíbliuna, og siðaloysið stórt. Huss fordømdi tað og vísti til Bíbliuna fyri at hvessa grundarlagið undir reinleikans leiðreglum, sum hann bar fram.

Ein maður úr Prag, sum kom aftur úr Onglandi, hevði tikið skriftir Wiclifs við sær. Navnið var Hieronymus, og hann gjørdist seinni nær knýttur til Huss. Drotning Onglands, sum hevði tikið við læru Wiclifs, var bøhmisk kongadóttir, ein prinsessa, og skriftir Wiclifs fingu tí stóra ávirkan í Bøhmen. Huss gav hesum skriftunum stóran ans. Hann metti høvundan at vera ein álvarsaman kristnan, og tók undir við teimum trúbótum, ið hann talaði fyri. Hóast Huss ikki sjálvur var greiðir yvir tað, so var hann nú farin inn á eina kós, sum skuldi føra hann langa leið burtur frá romakirkjuni.

Um hesa somu tíð komu tveir fremmandamenn úr Onglandi til Pragh. Lærdir menn, sum sjálvir høvdu tikið ímóti ljósinum og vildu breiða tað út í hesum fjarskotna landi. Teir átalaðu yvirvald pávans, men myndugleikarnir steðgaðu teimum skjótt. Men teir vildu tó ikki gevast við virkseminum og fóru ístaðin undir eitt annað virksemi og nýttu tá síni listarligu evnir. Teir teknaðu tvær myndir á almennum stað. Onnur vísti Jesus, sum kom inn í Jerusalem: “spakførur og ríðandi á einum ásna.”3Teir fátæksliga ílatnu og berføttu lærusveinarnir fylgdust við honum. Hin myndin vísti eina pávaliga skrúðgongu. Pávin reið á einum skrýddum hesti og var ílatin prýðilig klæðir og bar trídupulta krúnu. Framman fyri hann gingu hornblásarar, og aftaná komu kardinálar og prestar í allari sínari skrúð.

Hesar myndir gjørdu út fyri eina sterka prædiku, sum vakti stóran áhuga ímillum fólk. Eingin kundi misskilja myndina og ikki síggja andsøgnina ímillum eyðmjúkleika Meistarans og erpnu hugmóð pávans, sum segði seg at vera avloysara hansara. Hetta fekk fólk veruliga til at vakna. Tað gjørdist rættuligt rok í Pragh, og teir fremmandu noyddust skjótt at flýggja úr býnum, tí her var ikki trygt hjá teimum at vera. Men læra teirra varð ikki gloymd.

Myndirnar hugtóku Huss djúpt og eggjaðu honum til at granska enn meira í skriftum Wiclifs. Hann var ikki enn búgvin til at góðtaka allar ábøturnar, sum Wiclif kom við, men Huss hevði nú enn greiðari innlit í sonnu muruna í skipan pávans. Hann fordømdi áhaldandi hugmóð prestanna, girndir og svikagerðir teirra.

Úr Bøhmen kom ljósið til Týsklands, táið týskir lesandi í hundraðtali rýmdu heim undan ófriðinum í Pragh. Nógv høvdu fingið hollan kunnleika til Bíbliuna frá Huss, og tey talaðu nú boðskapir hennara í heimlandinum.

Kirkjubann yvir Pragh
Táið tey í Rom frættu, hvat hendi í Pragh, varð Huss stevndur inn fyri pávan. Men at gera eftir hesum boðum var tann vissi deyði. Kongurin og drotningin í Bøhmen og umboð fyri lærda skúlan og aðalin bóðu Huss so inniliga um at senda eitt umboð til Rom. Men pávin var avgjørdur um at fáa Huss settan fyri rættin og dømdan í Rom. Tí lýsti hann eitt pávabann ella inderdikt yvir Pragh, sum er eitt kirkjubann fyri gudstænastum og øllum øðrum kirkjuligum gerðum.

Á hesi tíð var tað útbreitt at ræðast ein tílíkan dóm. Skerjingarnar, sum komu við einum kirkjubanni, fingu av álvara óttan at kykna upp í teimum, sum trúðu, at pávin umboðaði sjálvan Gud. At hann hevði lyklarnar til bæði Himmalin og Helviti og hevði máttin at senda boð eftir bæði verðsligum og andaligum revsingum. Fólk trúðu, at Himmalsins portur var stongt fyri tað økið, sum fekk eitt interdikt lýst á seg, og at tey deyðu vóru útihýst frá Himli, líka til pávin setti tað úr gildi. Kirkjurnar vóru stongdar, og vígslur vórðu hildnar úti á kirkjugørðunum. Tey deyðu skuldu ikki jarðast í vígdari jørð, men vórðu uttan hávastak grivin í veitir ella í bøin. Við tílíkum amboðum royndi Rom at taka tamarhaldið á og stýra ígjøgnum samvitskuna hjá fólki.

Ófriðarligur røringur kom nú í Pragh. Nógv góvu Huss skuldina fyri hesar vanlukkur og kravdu, at hann skuldi sendast til Rom fyri at fáa illveðrið at leggja seg. Johan Huss fluttií eina tíð aftur til heimbýin og skrivaði til vinirnar í Prag:

“Orsøkin til, at eg havi tikið meg aftur, er, at eg vil fylgja boðum og fyrimynd Jesusar, so at tey óreinu ikki taka á seg æviga fordøming við at skapa trongdir fyri tey frómu við at jagstra tey.Tað er eisini av ótta fyri, at gudleysir prestar í longri tíðir skulu fara at nokta fyri, at Guds orð verður talað tykkara millum. Men eg eri ikki farin frá tykkum fyri at avnokta tann guddómliga sannleikan. Við Guds hjálp vil eg fara í deyðan fyri hann”4

Huss steðgaði ikki við sínum virksemi, men helt fram at tala fyri áhugaðum skarum. Soleiðis gjørdust atgerðir pávans ímóti gleðiboðskapinum heldur til eitt amboð í útbreiðsluni. “Tí vit eru einki ment ímóti sannleikanum, men bert fyri honum.”5

Bíblian er yvir kirkjuni – ikki øvut
“Hetta tíðarskeiðið má sinnið hjá Johan Huss hava verið fylt við iva og pínufullum stríði. Hóast kirkjan royndi at sorla hann við hennara bannstrálum, hevði hann ikki vrakað hennara myndugleika.Hann sá enn romakirkjuna sum brúður Kristusar og pávan at vera avloysari Guds (Vicarius Christi).

Huss stríddist ímóti valdsmisnýtsluni og ikki ímóti sjálvari meginregluni. Hetta hevði við sær ógvusligt stríð ímillum skynsemið og samvitskuna.Um myndugleikin var rættvísur og lýtaleysur, hví so vera honum ólýðin?

Hví skuldi ólýdni ímóti einari lýtaleysari kirkju elva til slíkar trupulleikar? Hendan spurning fekk hann ikki svarað, og tað var hesin ivin, sum píndi hann tíma eftir tíma. Tann lætta loysnin, sum hann kundi hugsa sær, var, at nú hendi tað sama, sum táið Frelsarin gekk á foldum. Prestar kirkjunnar vórðu vorðnir gudleys menniskju, sum nýttu sín lógliga myndugleika á ólógligan hátt.Hetta førdi til, at hann hevði sum leiðreglu fyri seg og øll, sum lurtaðu eftir sær, at orð Skriftsins, sum koma til okkara í skynsemi, skulu vegleiða samvitskuna. Við øðrum orðum er tað Guds tala í Bíbliuni, og ikki tala kirkjunnar ígjøgnum prestarnar, sum er tann einasti lýtaleysi vegleiðarin.”6

Táið ófriðurin í Pragh hevði lagt seg, fór Huss aftur til Betlehemskirkjuna at boða orð Guds við enn størri ágrýtni og bersøgni enn frammanundan. Hann hevði máttmiklar fíggindar, men drotningin og stórur partur av aðalinum vóru vinir hansara. Ein stórur partur av fólkinum tók eisini undir við honum. Nógv sóu tað sum ein heiður, at vera í parti við Huss, táið tey sóu tann stóra munin ímillum hansara høgt hevjaðu læru og reinu lívsførsluna, sum hann umboðaði, sæð í mun til prestanna følsku trúarsetningar, umframt at vera vitnir til teirra girndir og ólevnað.

Huss og Hieronymus leggja saman
Higartil hevði Huss verið einsamallur um arbeiðið, men nú hann fekk hjálp frá Hieronymus, sum hevði tikið við læru Wiclifs, tá hann var í Onglandi.Hesir báðir hildu saman, tað, ið eftir var av lívinum, og sjálvt ikki í deyðanum skiltust teirra vegir. Hieronymus var sjáldsama vitugur, hevði góðar taligávur og var væl lærdur, eginleikar, sum eru gagnligir til at vinna fólk. Men Huss var viljasterkari. Hansara hóvliga sinnalag sissaði tann bráðræsna Hieronymus, sum við sannari eyðmýkt viðurkendi stóra týdningin, sum Huss hevði, og gav seg eisini undir ráðgeving hansara. Samstarvið teirra millum gav trúbótini stór framstig.

Gud gav hesum monnum stórt ljós og avdúkaði fyri teimum nógvar av villunum í Rom. Teir fingu kortini ikki alt ljósið, sum heimurin seinni skuldi ognast.Gud nýtti teir sum tænarar til at leiða fólkið út úr myrkrinum í romakirkjuni. Men vinnast skuldi enn á stórum forðingum, og Harrin leiddi teir fet fyri fet so hvørt, at teir megnaðu tað. Teir vóru ikki búnir til at fáa alt ljósið í einum.Um teir høvdu fingið tað, høvdu teir vent sær frá tí aftur. Harrin gav leiðarunum ljósið so líðandi, fyri at fólkið skuldi verða ført fyri at taka ímóti tí. Eina øld fyri og aðra eftir fóru onnur trúgvandi at koma, sum leiddu fólkið longur fram á trúbótarvegi.

Kirkjufundur í Konstanz
Tvídrátturin innan kirkjuna helt fram. Nú vóru tríggir pávar, sum stríddust um valdið, og stríðið teirra millum fylti tann kristna heimin við brotsverkum og ófriði.Teimum var ikki nokk at sleingja bannlýsingar hvør eftir øðrum, men teir tóku eisini til onnur vápn. Allir løgdu ætlanir um at útvega sær fleiri vápn og hermenn. Og fyri at fáa peningin til endamálið settu teir kirkjunnar gávur, embætir og vælsignilsir til sølu.

Prestarnir fylgdu í fótasporunum hjá yvirmonnum sínum. Við simoni (handli við prestaembætum) og bardaga royndu teir at eyðmýkja sínar kappingarneytar og at styrkja sítt egna vald. Samstundis átalaði Huss harðliga allar ræðuleikarnar við enn størri áræði, sum gjørdir vóru í trúarnavni. Fólk tosaðu opið um, at romversku leiðararnir vóru atvoldin til alla neyðina og vesaldómin, sum kom yvir tann kristna heimin.

Enn einaferð nærkaðist Pragh blóðigum kríggi. Á sama hátt sum í forum, so fekk tænari Guds skuldina fyri allar “... vanlukkur at koma yvir Ísrael!”7 Enn einaferð varð býurin revsaður við pávabanni, og Huss fór aftur enn einaferð til egna heimbý sín. Vitnisburður hansara úr Betlehemskirkjuni var nú komin at enda. Áðrenn hann skuldi lata lív fyri sannleikan, skuldi hann tó vitna á einum hægri staði.

Fyri at fáa frið í Evropa kallaði ein av stríðandi pávunum, Jóanis XXIII, eftir áheitan frá Sigismundi keisara inn til kirkjufund í Konstanz. Hetta kom pávanum sera illa við, tí verumáti og politikkur hansara toldi illa dagsins ljós - sjálvt prestanna millum, sum heldur ikki tá í tíðini altíð bóru seg so sømiliga at. Men hann tordi tó ikki at seta seg upp ímóti ynski keisarans.

Málið fyri fundin var at lekja klovningin í kirkjuni og at beina burtur falskari trúarlæru. Hinir báðir pávarnir og Jóhan Huss vóru eisini innkallaðir til fundin. Men av trygdarávum møttu teir pávarnir ikki sjálvir, men sendu umboðsmenn sínar á fundin. Hóast Jóanis XXIII. pávi sjálvur hevði boðið inn til fundin, so møtti hann við ótta í sinni. Hann grunaði, at keisarin ætlaði at loysa seg úr starvinum. Eisini óttaðist hann fyri at skula standa til svars fyri tey brotsverkini, sum hann hevði framt fyri at koma sær til valdið. Kortini kom hann í stórari skrúð til Konstanz í fylgi við einum prestaskara. Øll kirkjustættin og allirleiðandi menn í býnum tóku ímóti honum. Fýra av hægstu embætismonnum hansara bóru ein gyltan trónuhimmal yvir høvdi hansara. Framman fyri hann bóru teir altarbreyðið (hostiuna). Eisini kardinálar og aðalsmenn í prýðiligum búnum gjørdu hesa skrúðgonguna sera tignarliga á at líta.

Huss fer til Konstanz
Huss var eisini á veg til Konstanz og kendi vandarnar, sum hóttu hann. Hann segði vinunum farvæl á ein hátt sum visti hann av, at teir ikki fóru at hittast aftur. Hóast bæði kongurin í Bøhmen og keisarin høvdu givið honum bræv frítt at fara, skipaði hann ferðina við tí fyri eyga, at hann nú skuldi doyggja.

Til vinir sínar í Prag skrivaði hann: Brøður mínir . . . eg fari við brævi keisarans frítt at fara, at hitta mínar nógvu deyðsfíggindar . . . Eg seti alt mítt álit á Gud. Eg líti á, at hann hoyrir tykkara inniligu bønir og leggur sín vísdóm í munn mín, og at hann letur sín heilaga Anda styrkja meg í sannleika sínum, og gevur mær dirvi at møta freistingum, fongsli og um neyðugt einum ræðuligum deyða. Jesus Kristus tók líðingarnar á seg fyri høgt elskaðu hansara, og tí eigur tað ikki at koma óvart á nakran, at hann gav okkum sítt fyridømi um, at vit eisini við tolsemi skulu tola alt fyri frelsu okkara? Hann er Gud, og vit eru hansara skapningar. Hann er Harrin og vit eru tænarar. Hann er Harri heimsins og vit eru bert nøkur ússalig, deyðilig menniskju – men tó píndist hann! Hví skulu vit so ikki eisini líða, serliga táið líðingin tænir til at reinsa okkum?Tí, tit elskaðu, um deyði mín ger nakað fyri at æra hann, so biðið um, at hann kemur skjótt, og um, at hann vil hjálpa mær at bera alla mína trongd við fastleika. Men um tað er best, at eg komi aftur til tykkara, so latið okkum biðja Gud um, at eg má venda ódálkaður aftur. Tað vil siga, at eg ikki má dylja tað minsta av sannleika gleðiboðskapsins, men vera ein góð fyrimynd fyri brøður mínar. Tað er sannlíkt, at tit ongantíð aftur síggja meg í Pragh. Men skuldi tað verðið vilji hins Almáttuga at lata meg koma aftur til tykkara, so latið okkum ganga framá við styrktum hjarta í kunnleika og kærleika til lóg Hansara.”

Í einum øðrum brævi til ein prest, sum hevði tikið við gleðiboðskapinum, skrivaði Huss eyðmjúkur um síni egnu brek. Hann skrivaði tá, at hann “hevði kent gleði við at ganga stásiliga ílatin, og at hann hevði brúkt tímar við týdningarleysum arbeiði.”Hann legði hesar áminningar afturat: “Gævi Guds heiður og frelsa sálanna hugtekur sinn títt heldur enn ognir og jarðiskt ríkidømi.Ansa tær, at tú ikki hugsar meira um at prýða hús tíni heldur enn sál tína, og hugsa fram um alt um at byggja upp andaliga lív títt. Ver gudsóttandi og eyðmjúkur ímóti teimum fátæku, og fell ikki til ovurnýtslu.Um tú ikki bøtir um lívsførsluna og sigur frá tær ovurnýtslu, tað, tær ikki tørvar, óttist eg fyri, at tú verður álvarsliga revsaður eins og eg. ....

Tú kennir mína læru, tí eg havi lært teg, síðani tú vart barn, og mær nýtist tí ikki at skriva meira til tín. Men eg bøni teg fyri Guds skuld um ikki at taka eftir mær í nakrari hugmóð, sum tú hevur sæð meg falla fyri.”Á brævbjálvan legði hann afturat: “Vinur mín, eg biði teg um ikki at bróta hetta seglið, fyrr enn tú ert vissur í, at eg eri deyður.”9

Á allari ferðini sá Huss fleiri prógv um, hvussu stór útbreiðslan var vorðin av læru hansara. Fólk komu úr øllum ættum at hitta hann, og í nøkrum býum fylgdu eisini embætismenn honum ígjøgnum gøturnar.

Fongslaður og avhoyrdur
Táið hann kom til Konstanz, var honum játtað fult frælsi. Í brævið keisarans “frítt at fara” hevði pávin eisini skrivað undir sína persónligu trygd um verndina. Men hóast hesar hátíðarligu kunngerðir, so varð trúbótarmaðurin stutt eftir handtikin eftir boðum frá pávanum og kardinálunum. Hann varð tveittur í eitt ótespiligt fongsul. Seinni varð hann fluttur til eina borg hinumegin Ríná (Rhinen) og har hildin fangi. Pávin fekk einki burturúr síni svikagerð, tí stutt eftir varð hann sjálvur (Jóanis XXIII. pávi) settur í tað sama fongslið.10

Á kirkjufundinum noyddist hann at viðganga tey grovastu lógarbrotini, ikki bara morð, simoni og hor, men eisini “syndir, sum ikki kunnu nevnast.”Hann vartil endans dømdur frá pávakrúnuni og tveittur í fongsul. Eisini hinir pávarnar, sum stríddust um valdið, vóru frákoyrdir og ein nýggjur pávi varð valdur.

Hóast sjálvur pávin hevði gjørt seg sekan í størri lógarbrotum, enn Huss nakrantíð hevði skuldsett prestar fyri at vera sekar í, avgjørdi sami fundurin, sum avsetti pávan, at týna trúbótarmannin.Sjálv fongslingin av Huss vakti miklan harm í øllum Bøhmen.

Valdsmiklir aðalsmenn sendu harðlig mótmælir til kirkjufundin fyri hesa skemdargerðina. Og keisarin vildi ikki bróta sítt orð til Huss og var ímóti at sak varð førd ímóti honum. Men óreinu kirkjumenninir vóru ikki til at vika. Teir gjørdu sær dælt av fordómum og ótta keisarans og vístu til vandlæti hansara ímóti kirkjuni. Teir førdu fram sterkar próvgrundir fyri, at “tað var ikki neyðugt at halda orð sítt til persónar, sum vóru undir illgruna fyri falslæru, hóast teir høvdu fingið ‘bræv frítt at fara’ frá keisaranum og kongunum.”11 Á henda hátt trýstu teir sín vilja ígjøgnum.

Tá Huss umsíðir varð leiddur fram fyri fundin, var hann viknaður og sjúkur av tíðini í fongsli. Tann slavna luftin í klivanum gav fepur, sum næstan tók lívið av honum. Nú stóð hann í leinkjum framman fyri keisaranum, sum hevði givið honum sítt heiðursorð at verja hann.Undir drúgvu rættargongdini stóð hann óvikandi fastur við sannleikan. Og ímeðan allir hesir høgu tignarmenninir frá kirkju og stati lýddu á, bar hann fram eitt tignarligt mótmæli ímóti svikagerðum prestanna.

Táið hann var settur at velja ímillum at taka aftur orð síni ella at fara í deyðan, valdi hann lagnuna sum blóðvitni.

Tær pínufullu vikurnar innan dómurin varð framdur, helt náði Guds honum uppi og fylti sinnið við himmalskum friði. Hann skrivaði til ein vin:“Hetta brævið skrivi eg til tín við leinkjaðari hond. Í morgin verður deyðadómur mín framdur. . . . Táið vit við Kristi hjálp hittast aftur í tí signaða friði í komandi lívinum, skal eg greiða tær nærri frá, hvussu náðifullur Gud hevur verið mær, og hvussu máttmikil hann hevur staðið hjá mær í øllum mínum freistingum og royndum.”12

Í myrkum fongsli sá Huss frammanundan sigurin hjá tí sonnu trúnni. Í dreymi var hann í Prag og sá pávan og bisparnar skava burtur myndirnar av Kristusi, sum vóru málaðar á veggin.“Hendan sjónin nívdi hann. Men næsta dagin sá hann nógvar málarar, sum málaðu enn fleiri myndir á veggirnar í enn klárari litum.” Tá teir høvdu fullført arbeiðið, søgdu teir umgyrdir av stórum mannamongdum:“Lat nú pávar og bispar koma - teir kunnu ongantíð aftur skava tær burtur!” Tá Huss hevði sagt frá dreyminum, segði hann: “Eg standi fast við, at Kristi mynd ongantíð aftur verður skavað burtur.Teir hava roynt at beina fyri henni, men hon verður málað aftur í hjørtuni av prædikumonnum, sum eru nógv dugnaligari enn eg.”13

Huss varð nú førdur fyri kirkjufundin síðstu ferð, eini stórari og prýðiligari samkomu. Her vóru keisarin, fúrstar, kongaligir umboðsmenn, kardinálar, bispar, prestar og stór mannamúgva. Øll vóru komin at síggja dagsins hendingar. Úr øllum pørtum av kristna heiminum vóru fólk komin fyri at síggja, at hesin maður fall sum tað fyrsta ofrið í drúgva stríðnum, sum seinni skuldi føra til sigur fyri samvitskufrælsið.

Táið Huss var biðin um at koma við síni endaligu avgerð, gjørdi hann greitt, at hann onki vildi taka í seg aftur. Við sínum hvassa eygnabrá festum á keisaran, sum á so skammiligan hátt hevði brotið sítt lyfti, segði hann:“Av egnum vilja gjørdi eg av at koma til hendan kirkjufundin við lyfti frá keisaranum, sum her er tilstaðar, um almenna vernd til frítt at fara.”14Sigismund gjørdist hummarreyður, tá øll hugdu at honum.

Huss verður blóðvitni
Nú dómurin var sagdur, byrjaði tað mannminkandi hátíðarhaldið. Biskupar lótu fangan í prestabúna. Ímeðan hann fekk prestakjólan, segði hann: “Fyri at spotta Harra okkara Jesus Kristus tveittu teir ein hvítan kappa á hann, tá Heródes førdi hann fram fyri Pilatus.”15Táið hann aftur varð biðin um at taka orðini í seg, svaraði hann, ímeðan hann vendi sær ímóti mannamúgvuni. “Hvussu hevði andlit mítt sæð út, táið eg hugdi ímóti himli? Hvussu kundi eg møtt teimum skarum, sum eg havi boðað tann reina gleðiboðskapin? Nei, eg virði frelsu teirra hægri enn hetta ússaliga likam, sum nú skal í deyðan.” Prestabúnin varð nú tikin av í smáum. Hvør einstakur biskupur segði sína illbøn, ímeðan hann framdi sín part av mannagongdini. At enda settu teir eina bispahúgvu av pappíri á høvdið. Á húgvuni vóru málaðar ræðuligar myndir av devlum, og framman stóð skrivað “erkitrúarvillingur” við stórum stavum.Huss segði:“Eg beri við gleði eina spottakrúnu fyri tína skuld, o Jesus, tí tú bar eina tornakrúnu fyri mína skuld.”

Eftir at hava latið hann soleiðis í søgdu høgu kirkjumenninir, prælatarnir: “Nú lata vit sál tína til Djevulin.” Hann hugdi tá upp ímóti himli og svaraði: “Eg gevi anda mín í tínar hendur, o Harri Jesus, tí tú hevur endurloyst meg.”

Hann varð latin borgarliga myndugleikanum og nú førdur á avrættingarstaðið fylgdur av stórari gongu. Har vóru hermenn í hundraðtali, og prestar og bispar í dýrum klæðum. Darlandi aftaná kom fólkið í Konstanz.Táið Huss varð bundin til steyran, og bálið skuldi kyndast, varð hann enn einaferð biðin um at taka sínar villleiðingar aftur. “Hvørjar villingar skal eg taka í meg?” spurdi Huss.“Eg veit meg ikki at vera sekan í nakrari.Eg kalli á Gud sum mítt vitni, at alt sum eg havi skrivað og talað, hevur havt sum endamál at frelsa sálir frá synd og glatan. Og eg ofri tí fegin lív fyri at staðfesta hendan sannleikan, sum eg havi skrivað og boðað!”Táið logarnir sleiktu upp um hann, sang hann: “Jesus, tú Dávids Sonur, ver mær náðigur.” Hann sang líka til røddin tagnaði med alla.

Djarva framferðin undraði enntá fíggindarnar. Ein íðin katolikkur, sum segði frá, hvussu Huss og seinni Hieronymus fingu tann pínufulla blóðvitnisdeyðan, segði: “Teir varðveittu báðir sálarstyrkina, táið teirra síðsta løta nærkaðist.Teir fyrireikaðu seg at fara á bálið, sum var tað eitt brúdleyp. Teir góvu ikki ljóð frá sær hóast pínuna. Táið logarnir sleiktu seg upp um teir, sungu teir sálmar, og ógvusligi eldurin steðgaði teimum ikki.”16

Tá likamið hjá Huss var liðugt og fullkomiliga uppkolað, varð øskan savnað og tveitt í Ríná, sum førdi hana til havs. Illgerðarmenn hansara fóru skeivir, um teir hildu seg at hava týnt teir sannleikarnar, sum hann boðaði. Teir droymdu ikki um, at tann øskan, sum varð førd til havs, skuldi gerast sáðkorn, sum vórðu spjødd til heimsins lond, og at hetta sáð fór at fremja eina savnan av sannleiksvitnum í higartil ókendum londum.Tann røddin, sum talaði í fundarsalinum í Konstanz, ljóðaði enn í komandi øldunum. Huss var ikki á lívi longur, men sannleikarnir hann doyði fyri, kundu ongantíð ganga til grundar. Hansara fyrimyndarliga trúgv og støðufesti, hevur eggjað stórt tal av menniskjum til at standa føst við trúgv sína - hóast píning og deyða.Avrætting hansara vísti øllum heiminum svikafulla ræðuleikan, sum kom úr Rom. Fíggindar sannleikans høvdu uttan at vita av tí framt ta søk, sum teir sjálvir royndu at steðga.

Hieronymus fongslaður
Enn eitt bál skuldi kyndast í Konstanz. Ein afturat skuldi við deyðanum vitna um sannleikan. Táið Hieronymus og Huss skiltust, áðrenn Huss fór á kirkjufundin, bað hann Huss um ta vísa dirvi og trúfesti. Hann lovaði Huss at koma honum til hjálpar, um hann kom í neyð.Tá hann so frætti, at Huss var tveittur í fongsul, fyrireikaði hann seg straks at halda sítt lyfti. Uttan bræv frítt at fara, og bara saman við einum felaga, fór hann til Konstanz. Komin fram til býin stóð honum to greitt, at hann onki kundi gera fyri at bjarga Huss, men at hann nú hevði sett seg sjálvan í váða.

Hann flýddi, men varð á heimleiðini handtikin av hermonnum og førdur aftur til býin í leinkjum.Táið hann fyrstu ferð varð førdur framfyri kirkjufundin, varð roynd hansara at vísa ákærunum aftur svarað við rópinum:“Á bálið við honum!”17

Hann varð tveittur í eitt fangahol, har hann varð leinkjaður á serliga pínufullan hátt og fekk bara breyð og vatn. Eftir nakrar mánaðir gjørdist hann sjúkur og deyðanum nær.Fíggindarnir óttaðust fyri, at hann skuldi doyggja, og fóru nú nakað frægari við honum, men lótu hann tó sita fongslaðan í meira enn eitt ár.

Katolikkarnir høvdu ikki fingið tað, teir ynsktu, við deyða Huss. Tað vakti eina sanna ódn av vreiði hjá fólki, at lyftið um grið ikki varð hildið. Tí fór kirkjufundurin nú varligari til verka. Avgjørt varð at noyða Hieronymus til at taka orð síni í seg aftur, heldur enn at brenna hann. Hann varð førdur inn fyri fundin, men fekk tó valið ímillum at taka orðini í seg aftur ella at doyggja á bálinum. Í fyrstuni av fongslingini hevði deyðin beinanvegin verið tað lættara valið fram um tær ræðuligu líðingar, honum nú skuldu vera fyri. Men hann var nú illa viknaður av sjúku og plágaður av angist og ótryggleika. Hann var skildur frá vinum sínum og niðurboygdur av sorg um deyða Huss. Sálarstyrkin sveik og hann gav seg tá undir krøvini. Hann lovaði at halda fast við kátólsku trúnna og góðtók bannlýsingina hjá kirkjufundinum av læru Wiclifs’ar og Huss’ar, við undantaki av teimum “heiløgu sannleikum,” sum teir høvdu boðað.18

Soleiðis royndi Hieronymus at doyva samvitskurøddina og at sleppa undan lagnuni. Men tá hann kom aftur til einsemið í klivanum, gekk tað upp fyri honum, hvat hann hevði gjørt. Hann samanbar trúskapin og dirvið hjá Huss við sína avnoktan av sannleikanum.Hann hugsaði um himmalska Meistaran, sum hann hevði lovað at tæna, og sum fyri hansara skuld doyði á krossinum. Áðrenn hann hevði avnoktað trúgv sína, fann hann ugga í vissuni um Guds signing, men nú píndist sál hansara av samvitskubiti og iva.Hann visti, at hann varð noyddur til at taka enn meira í seg aftur, áðrenn hann fekk frið við Rom. Tann leiðin, sum hann nú var á, kundi bara enda við fullkomnum fráfalli. So tók hann sína avgerð. Hann vildi ikki avnokta Harra sín fyri at sleppa undan eini stuttari líðing.

Djørv verjurøða
Skjótt varð hann enn einaferð førdur til kirkjufundin. Dómararnir vóru ikki nøgdir við afturtøkuna. Teir tevjaðu blóð eftir deyða Huss og kravdu nýggj offur.Einans við treytaleysari afturtøku kundi Hieronymus nú bjarga lívinum. Men hann hevði nú gjørt av at standa fastur við trúgv sína og at fylgja Huss á bálið.

Hann gekk frá síni fyrstu afturtøku - og bað hátíðarliga um at sleppa at verja seg, áðrenn hann doyði. Prælatarnir ræddust avleiðingarnar, sum orðini kundu fáa, og kravdu hann bara at vátta ella avnokta skuldsetingarnar.Hieronymus mótmælti hesi órættvísu viðferðini:“Tit hava læst meg inni í einum ræðuligum, skitnum og ótespiligum fongsli í 340 dagar. Mær hevur tørvað allar neyðsynjarvørur, og nú kalla tit meg fram fyri tykkum og nokta at lurta eftir mær, ímeðan tit leggja oyru til alt, sum deyðsfíggindar mínir siga. . . . Um tit veruliga eru skilamenn og verðins ljós, so ansi tykkum fyri ikki at synda ímóti rættvísinum.Eg eri bara eitt skroypiligt menniskja. Mítt lív hevur lítlan týdning, og táið eg ávari tykkum um ikki at siga hendan órættvísa dómin, tali eg minni mína egnu søk enn tykkara.”19

At enda varð kravið eftirlíkað. Fyri eygum dómaranna fall Hieronymus tá á knæ og bað um, at Andi Guds mátti leiða sínar tankar og orð, so hann ikki segði nakað, sum var í stríð við sannleikan, ella kundi vanæra Meistara sín. Hendan dagin gekk Guds lyfti til fyrstu lærusveinarnar út fyri hann: “Tit skulu verða leiddir fyri landshøvdingar og kongar fyri mína skuld, teimum og heidningunum til vitnisburð. Táið tey nú geva tykkum upp, stúrið tá ikki fyri, hvussu ella hvat tit skulu tala! Tí tað skal verða givið tykkum í somu stundini, sum tit skulu tala. Tí at ikki eru tað tit, ið tala, men Andi Faðirs tykkara, ið talar í tykkum.”20

Orð Hieronymusar vaktu undran og virðing, sjálvt fíggindanna. Hann hevði verið innilæstur við svárum kropslíðingum og sálarligum samvitskubiti uttan at kunna lesa ella síggja. Kortini bar hann fram søk sína á so greiðan og máttmiklan hátt, at tú skuldi trúð, at hann hevði havt høvi til ótarnaðan lestur. Hann minti ákærarar sínar á ta røð av heilagum monnum, sum vóru dømdir av órættvísum dómarum. Í at kalla hvørjum ættarliði vóru menn háaðir og vrakaðir, tí teir royndu at hækka støðið í sínari samtíð. Men eftirtíðin hevur víst, at teir ístaðin áttu at veri heiðraðir.Kristus sjálvur var dømdur sum ránsmaður av órættvísum dómstóli.

Við afturtøkuna viðgekk Hieronymus, at dómurin yvir Huss var rættvísur. Men nú angraði hann tað, og vitnaði um hansara sakloysi og stórbara lyndi. Hann segði: “Vit kendust síðani barnaárini. Hann var eitt avbera gott menniskja, rættvísur og gudrøkin, men hann varð dømdur, hóast hann var ósekur.” . . . ” Eisini eg eri til reiðar at doyggja. Eg víki ikki fyri tí pínu, sum mínir fíggindar og følsku vitnir reiða fyri mær. Tann dagur kemur, táið teir skulu standa til svars fyri Gudi fyri sínar svikagerðir, og hann letur seg ikki lumpa.”21

Hieronymus brigslaði sær sjálvum, og var sera harmur um hetta, at hann fyrr hevði avnoktað sannleikan, og helt fram: “Av øllum syndunum, eg havi gjørt í lívi mínum, er ongin, sum tyngir sinnið og plágar samvitskuna meira enn hon, táið eg tók undir við tí órættvísa dómi, ið varð feldur yvir Wiclif og tað heilaga blóðvitni Johan Huss, sum var meistari og vinur mín.

Eg viðgangi av hjartanum og við nøtran, at eg bar meg skeivt at, táið eg av ótta fyri egna lívi mínum fordømdi læru teirra.Eg bøni og biði tí Gud um at fyrigeva mær hesar syndirnar - og serliga hesa, ta andstyggiligastu av øllum.Samtíðis við, at hann peikaði eftir dómarum sínum, segði hann við fastleika:“Tit fordømdu ikki Wiclif og Huss, tí teir átalaðu læru kirkjunnar, men einans tí teir fordømdu ósømiliga livihátt prestanna – teirra skrúð, teirra stoltleika og allar lastir teirra. Øllum hesum sannleikum, sum teir førdu fram, taki eg undir við og føri teir fram á sama hátt sum teir.”

Nú varð hann avbrotin í taluni. Prestarnir ristust av øði og róptu: “Hví skulu vit føra fleiri prógv? Vit síggja jú við okkara egnu eygum tann treiskasta av øllum falslærarum!”

Ónervaður helt Hieronymos fram: “Hvat? Halda tit veruliga, at eg óttist deyðan? Tit hava læst meg inni í einum ótespiligum kliva, verri enn sjálvur deyðin, í eitt samfult ár. Tit fóru verri við mær enn einum turki, einum jøda ella einum heidningi, og hold mítt er bókstaviliga sæð rotnað á beinum mínum, ímeðan eg enn eri á lívi.Tað sømir seg ikki fyri ein djarvan mann at geva ilt av sær, men eg sleppi ikki undan at undrast á, at ein slík grimd og hjartaloysi verður framt ímóti einum kristnum manni.”21

Aftur eitt blóðvitni
Øðin brast á aftur og Hieronymus varð í skundi førdur aftur í fongslið. Nøkur í mannamúgvuni gjørdust sera rørd av orðunum og royndu at bjarga honum.Høgir harrar vitjaðu hann og bóðu hann um at geva seg undir vilja kirkjufundsins. Teir lovaðu stóra løn afturfyri, um hann vildi steðga sínari herferð ímóti Rom. Men Hieronymus stóð stinnur sum meistari sín, táið Jesus fekk í boði alt ríkidømi heimsins.

“Sannfør meg út frá heilagu Skriftini, at eg fari skeivur, tí so taki eg tað fegin í meg aftur,”svaraði hann.

. . . “Skriftini,” segði ein av teimum, sum freistaðu hann. “Skal alt metast eftir henni? Hvør kann skilja Skriftina, fyrr enn kirkjan hevur tulkað hana?”

. . . “Eru menniskjaligar frásagnir meira eftirfarandi enn gleðiboðskapur Frelsarans?” Svaraði Hieronymus. Paulus ávaraði ímóti at lurta eftir frásagnum manna, men hann bað okkum granska skriftirnar.

. . .“Trúarvillingur!”. . . “Eg harmist um, at eg so leingi havi roynt at yvirtala teg. Eg síggi, at tú ert eggjaður av sjálvum Djevlinum.”22

Stutt eftir fall deyðadómurin. Hieronymus varð førdur til tað sama staðið, sum Huss hevði latið lívið. Hann sang allan vegin, og andlitið lýsti av gleði og friði. Hann festi eyguni á Jesus og ræddist ikki longur deyðan. Táið bøðilin trein aftur um hann at kynda bálið, rópti hann á hann: “Kom frítt fram, fest í eldin ímeðan eg hyggi at. Var eg bangin, tá stóð eg ikki her.”

Táið eldslogarnir sleiktu seg um hann, rópti hann. “Álmáttugi Faðir, vís mær náði og fyrigev syndir mínar. Tú veitst, at eg altíð havi elskað tín sannleika.”23Rødd hansara tagnaði, men varrar hansara hildu á at røra seg í bøn. Táið eldurin hevði fullført verkið, varð øskan savnað og tveitt í Ríná, eins og gjørt varð við øskuna av Johan Huss.

Kríggj í Bøhmen
Soleiðis doyðu hesir báðir Guds trúgvu ljósberarar, men ljósið frá teimum sannleikunum, sum teir høvdu boðað, og teirra fyrimyndarliga dirvi, kundi ikki sløkkjast.Menniskjuni kundu eins væl roynt at fingið sólina til at malið øvutan vegin, sum at steðga tí morgunroða, ið longu tá var farin at hómast á havsbrúnni um allan heimin.

Avrættingin av Huss skelkaði og vakti miklan harm ímillum fólk í Bøhmen. Kenslan í allari tjóðini var, at hann varð offur fyri óndskapi prestanna og sviki keisarans. Hann var mettur sum ein trúgvur boðari av sannleikanum, og kirkjufundurin, sum hevði dømt hann til deyða, varð rætt og slætt ákærdur fyri morð. Læran vakti nú meira ans enn nakrantíð fyrr. Pávaligar kunngerðir høvdu dømt skriftir Wiclifs at verða brendar. Men nú vóru tær, sum vóru slopnar undan eldinum, tiknar fram úr loynistøðunum og granskaðar saman við teimum pørtum av Bíbliuni, sum fólk fingu hendur á. Nógv afturat tóku nú undir við hesari broyttu trúnni.

Teir sum drópu Huss lótu sær ikki lynda, at søkin hjá Huss gekk sigursferð. Pávin og keisarin løgdu saman fyri at knúsa rørsluna, og herur Sigismundar varð sendur inn í Bøhmen.

Ein bjargingarmaður
Men ein bjargingarmaður kom. Bøhmingar vórðu leiddir av Ziska, sum stutt eftir krígsbyrjan gjørdist fullkomiliga blindur. Men hóast brekið, so varð hann ein hin dugnaligasti herførarin í sínari samtíð. Í áliti á Guds hjálp til rættvísu søk teirra, stóðu bøhmingar seg í bardøgunum við stór áleypandi herlið. Ferð eftir ferð savnaði keisarin nýggj herlið og leyp á Bøhmen, men tey taptu vanæruliga eitt fyri og annað eftir. Husittarnir vóru hevjaðir yvir ótta deyðans, og eingin stóð teimum kurl. Fá ár eftir krígsbyrjan doyði Ziska, og í hansara stað kom Prokopius, sum ikki var minni djarvur og dugnaligur, og á nøkrum økjum helst uppaftur dugnaligari leiðari.

Tá fíggindar Bøhmens frættu, at Ziska var deyður, hildu teir, at løtan var komin at endurvinna alt tað mista. Pávin lýsti nú aftur krossferð ímóti hussittunum, og eitt stórt herlið varð sent inn í Bøhmen, men bert fyri at tapa enn einaferð. Uppaftur nýggj krossferð varð lýst.

Í øllum katólskum londum vórðu hermenn, pengar og vápn savnað. Stórir skarar savnaðust undir merki pávans, og eingin ivaðist í, at nú skuldi endi fáast á hussittisku trúarvillingunum. Sigursvissur fór hesin stóri herur inn í Bøhmen. Alt fólkið stóð saman fyri at steðga honum. Herarnir nærkaðust nú hvør øðrum, og at enda var bara ein á ímillum teir. “Herur krossfaranna var nógv tann størsti, men ístaðin fyri at fara um ánna at stríðast ímóti teimum, sum teir høvdu ferðast so langan veg at kríggjast við, stóðu teir tigandi og hugdu at mótstøðumonnum sínum.”24Knappliga kom ein gátuførur ótti á krossfararnar. Uttan so mikið sum at gera eitt einasta álop spjaddust teir, sum var tað komið av einum ósjónligum mátti. Nógvir av flýggjandi herinum vórðu dripnir av hussittum, sum jagstraðu teir. Sigursharrarnir tóku stóran krígsfong. Kríggið gjørdi bøhmar ríkari, heldur enn at senda teir í armóð.

Nýggj krossferð
Nøkur ár seinni setti pávin enn eina krossferð í verk. Aftur vórðu menn og vápn savnað í øllum katólsku londunum í Evropa. Stór lyftir vórðu givin fyri at lokka fólk at vera við í hesum andstyggiliga átakinum. Hvør krossfarari fekk fulla fyrigeving fyri ótespiligastu syndir. Øllum, sum fullu í bardaganum, varð lovað ríka løn í Himli, og teimum, sum yvirlivdu, varð lovað at fáa ríkidømi og heiður á vígvøllinum. Máttmikil herur leyp nú aftur á Bøhmen. Hussittiska hermegin flutti seg eftir hæli og lokkaði fíggindan longur inn í landið. At enda steðgaði Prokopius og fór í bardagan. Herur krossfaranna sá nú sítt mistak liggjandi á legu síni.

Longu áðrenn nakað sást til hussittarnar, hoyrdist gangur av áleypandi heri, og teir gjørdust so sansaleysir av ótta, at fúrstar, generalar og vanligir hermenn tveittu øll vápnini og flýddu í allar ættir. Uttan úrslit royndi pávans umboðsmaður, sum stóð á odda fyri herinum, at savna sín ræðslusligna her, men hóast harðar royndir, so varð hann drigin við av teimum flýggjandi. Ósigurin var fullkomin – og enn einaferð fall ein stórur herfongur í hendur hussittanna.

Á øðrum sinni var ein ómetaliga stórur herur, sendur av máttmiklastu londunum í Evropa, flýddur uttan nakran bardaga - flýddur undan stríðsmonnum, sum vardu eitt lítið og veikt land.Tað var ein opinbering av mátti Guds.Álopsmenninir gjørdust yvirnátúrliga ræddir. Tað var sami Gud, sum rak her Faraos út í Reyða Havið, og sami Gud, sum fekk her Midjans til at flýggja undan Gidion og hansara 300 monnum og sami Gud, sum eftir einari nátt beindi fyri tí stolta assýriuherinum, og nú enn einaferð rætti út hondina og tepti eitt knúskandi vald úr Rom.?“Tá kemur ræðsla á teir, har sum einki var at ræðast, tí Gud spjaðir bein teirra, ið taka støðu ímóti tær; teir verða til skammar, tí Gud hevur vrakað teir.”25

Svikaliga pávasemjan
Leiðarar pávakirkjurnar, sum ikki longur sóu nakra vón um at sigra við valdsnýtslu, valdu at enda at royna seg við samráðingum. Semja varð fingin, sum tyktist at geva bøhmingum samvitskufrælsi, men í veruleikanum svikaði teir upp í hendur Roma.

At enda góvu pávaligu myndugleikarnir seg undir, at “krøv hussittanna vórðu viðurkend, men rættin til at tulka og at fáa treytirnar útgreinaðar, skuldi ráðstevnan hava – sum við øðrum orðum var pávin og keisarin.” Á hesum grundarlagi varð ein avtala undirskrivað. Við kávalótum ogsviki fekk pávakirkjan tá tað, sum henni ikki eydnaðist at fáa við valdsnýtslu. Nú, tá hon sjálv skuldi tulka hussittisku greinarnar – eins og Bíbliuna – kundi hon snara týdningum júst sum henni lysti.

Mong í Bøhmen vóru tó greið yvir, at hetta fór at taka teirra frælsi og tóku tí ikki undir við avtaluni. Hetta førdi til innanhýsis ósemjur og blóðugt stríð. Í hesum bardaga fall tann tignarligi Prokopius og bøhmingarnir mistu sítt frælsi.

Sigismund, sum hevði svikið bæði Huss og Hieronymus, gjørdist nú eisini kongur í Bøhmen.Uttan fyrilit til eiðin, sum hann svór um at vilja virða øll rættindir hjá bøhmingunum, fór hann undir at styrkja pávadømið í landinum. Men hann fekk lítla gleði av hesum. Frágreiðingin til tað var, at undir tí drúgva og úrslitaleysa krígnum var herurin minkaður og ríkidømið brúkt. Eftir einum ári á trónu Bøhmens doyði hann, og keisararíkið komið á tromina til eitt borgarakríggj. Illa dálkað og vanærað fór navn hansara í søguna.

Ófriður, kríggj og blóðugt stríð helt fram. Útlendskir herar lupu aftur á Bøhmen, og stríð valdaði eisini innanhýsis. Tey, sum hildu fast um tann sanna boðskapin, vóru fyri nógvum blóðigum ágangi.

Tað lýsir av morgni
Av tí at tey, sum góvu seg undir avtaluna við Rom, vórðu fongd av læruvillum kirkjunnar, gjørdu fyrrverandi brøður teirra, sum hildu fast við trúnna, sína egnu kirkju, sum fekk navnið “Teir bøhmisku brøðurnir.”Teir vórðu undirdíktir av vanbønum frá øllum síðum, men teir viku ikki frá sínari trúgv.Samkoman leitaði sær skjól í skógum og í holum, men hon helt fram at tilbiðja Gud og at lesa orð hansara.

Teir sendu í loyndum fólk til ymisk lond, sum frættu, at “her vóru avbyrgd sannleiksvitnir, nøkur í einum býi, og nøkur fá í einum øðrum býi, sum eins og tey eisini vórðu jagstraði.Teir frættu eisini, at í Alpunum var gomul samkoma, sum bygdi á Skriftina, og sum mótmælti alla avgudadyrkanina í Rom.” Tikið var ímóti hesum tíðindum við stórari frøi, og eitt brævaskifti kom í lag við tey valdensisku kristnu.

Bøhmingarnir hildu fast við gleðiboðskapin og stóðu stinnir í hesari myrku tíðini. Sjálvt í teimum dimmastu løtunum vóru eyguni vend ímóti sjónarringinum, sum hjá monnum, sum skimast eftir dimmalætting. “Lutur teirra fall á óndar dagar, men .... teir mintu seg á tað, sum Huss av fyrstan tíð segði, og síðani Hieronymus endurtók, nevniliga, at ein øld skuldi líða, áðrenn tað lýsti í havsbrúnni.”Hesi orðini vóru fyri hussittar sum orð Jósefsar vóru í húsi trældómsins:“Eg doyggi skjótt, men Gud er við tykkum og leiðir tykkum aftur til fedranna land.....“27Við endan á 15. øld vaks talið av bøhmiskum brøðrasamkomum spakuliga, men trygt. Hóast tey enn vóru fyri ágangi, var kortini toluliga friðarligt. Og fyrst í 16. øld høvdu teir 200 samkomur í Bøhmen og M?hren.28So stór var leivdin, sum slapp undan oyðing eldsins og svørðsins, og slapp at síggja morgunroðan, sum Huss hevði spáað um.