Bardagin Mikli kapitel 7. Fra side 120tilbage

Luther vendir Rom bakið

Ímillum teirfremstu í røðini av kallaðumtil at leiða kirkjuna út úr myrkri pávaveldisins og inn í trúarinnar reina ljós stóð Martin Luther. Hann var ágrýtin og ósjálvsøkin. Hann óttaðist ongan uttan Gud og góðtók einki annað grundarlag fyri kristnu trúnna enn hina heilagu Skriftina. Hann var maðurin, sum tørvur var á. Við honum gjørdi Gud eitt stórt arbeiði fyri trúbót kirkjunnar og veking fyri allan heimin.

Uppvøkstur og lestrarár
Eins og teir fyrstu, sum boðaðu gleðiboðskapin, kom Luther úr fátækum korum. Hann vaks upp í einum fátækum týskum heimi á bygd. Pápi hansara stríddist sum námsarbeiðsmaður at vinna pening til útbúgving hjá soninum. Ynskið var, at sonurin skuldi læra til sakførara, men ætlan Guds við honum var, at hann skuldi vera ein byggimeistari í tí stóra templi, sum so við og við reisti seg ígjøgnum øldir. Mótgangur, saknur og strong uppaling var tann skúlin, sum tann alvísi Gud fyrireikaði Luther við til sína lívsuppgávu.

Pápin var sterkur, virkisfúsur, støðufastur, reiðiligur og avgjørdur. Hann gjørdi sínar skyldur uttan mun til hvat tað kostaði. Hansara sunna vit og skil fekk hann at skoða virksemið á klostrum við mistrúgv. Hann var sera ónøgdur, táið sonurin Martin uttan samtykki fór í eitt munkaklostur, og tvey ár gingu, áðrenn teir blíðkaðust aftur. Men fatan faðirsins var framvegis óbroytt.

Foreldur Luthers vóru sera nærløgd við uppaling og skúling av sínum børnum. Tey løgdu sær nær at ala teyupp í gudsótta og kristnum dygdum. Ímeðan Martin lurtaði, bað faðirin ofta Gud um, at sonurin skuldi minnast navn Harrans og einaferð vera við til at fremja sannleika hansara. Foreldrini brúktu hvørja løtu, sum strævna arbeiðslívið loyvdi teimum, at læra børnini upp í siðiligari atferð og at menna tey andaliga. Við álvara og úthaldni strembaðu tey eftir at uppala tey til eitt gudsóttandi og gagnligt lív. Óivað vóru tey onkuntíð ov strong í síni føstu natúr. Men hóast trúbótarmaðurin sjálvur helt, at tey á ymsan hátt høvdu mistikið seg, so fann hann størri grundir til at rósa uppalingini enn at havast at henni.

Luther fór heilt ungur í skúla ogfekk eina harða viðferð. Foreldrini vóru so fátæk, at hann eitt skifti á veg í skúlan, sum lá í einum øðrum býi, noyddist at syngja fyri durinum hjá fólki fyri at fáa ein bita at eta. Hann gekk ofta svangur. Hin dapra pátrúgvin, sum tá var so vanlig innan kirkjugátt, hevði fylt Luther við ótta. Um náttina lá hann ofta sorgarbundin og stúrdi fyri eini myrkari framtíð, tí hann sá Gud sum ein strangan og eirindaleysan dómara. Í hugaheiminum hjá Luther var Gud eitt ræðuligt bølmenni og ikki ein kærleiksfullur himmalskur faðir.

Men hóast tey vónbrotini stríddist Luther avgjørdur eftir hægri andaligum støði ogat gerast eitt betri menniskja. Hann tráaði eftir kunnleika, var álvarsamur og hevði bæði beinini á jørðini. Hann leitaði eftir tí, sum var álítandi og gagnligt, heldur enn eftir tí, sum sá út av nógvum, men í veruleikanum var grunt og týdningarleyst.

Átjan ára gamal kom hann á fróðskaparsetrið í Erfurt, og útlitini vóru bjartari enn fyrr. Við sparsemi og ídni vóru foreldrini komin til góð kor, og tey vóru nú før fyri at veita honum alla ta hjálp, honum tørvaði. Góðir og vísir vinir gjørdu, at hann ikki longur var so tungur í huga. Við ágrýtni las hann verkini hjá bestu rithøvundunum, granskaði týdningarmestu tankarnar og gjørdi hendan vísdómin til sín egna. Hóast strangar lærarar, vísti hann góð evnir og mentist andaliga. Hann hevði eitt gott minni, eitt lívligt hugflog og dugdi væl at skyna á, táið avgerðir skuldu takast. Hann var arbeiðssamur sum fáur. Hesir eginleikarnir fingu hann skjótt at standa í fremstu røð ímillum vinirnar. Andaliga styrkin búnaði hann og vakti í honum sunt hugsanarsemi. Hetta saman við gløggskygni styrkti hann til at megna lívsins mongu avbjóðingar.

Í hjartanum átti hann tann gudsóttan, sum hjálpti honum at standa stinnur við tey mál, sum hann setti sær, og at sýna stóra eyðmýkt fyri Gudi. Hann gloymdi ongantíð, at honum tørvaði Guds hjálp, og byrjaði altíð dagin við bøn. Hann bað støðugt um at fáa leiðbeining og stuðul frá Gudi. Hann segði ofta, at ”meira enn helvtin av einari útbúgving er at biðja rætt.”

Ein dagin, táið Luther var á bókasavninum hjá fróðskaparsetrinum, sá hann eina latínska bíbliu. Slíka bók hevði hann ikki sæð fyrr. Hann visti ikki, at hon var til. Hann hevði hoyrt brot frá gleðiboðskapinum og brøvunum lisin undir gudstænastunum og helt, at hetta var øll Bíblian. Nú sá hann á fyrsta sinni Guds orð í síni heild. Við virðing og undran blaðaði hann í bókini og las við bankandi hjarta lívsins orð. Av og á steðgaði hann á og segði: ”Gævi Gud gav mær slíka bók!”1

Himmalsins einglar vóru hjá honum, og ljós frá Guds trónu lat sannleikans skattakamar uppfyri honum. Hann hevði altíð óttast Guds vreiði, men nú kendi hann seg sannførdan um sína egnu syndigu støðu.

Andaligt gjøgnumbrot
Eitt inniligt ynski um frelsu frá synd og at finna frið við Gud, fekk hann at fara í klostur. Her var hann settur at gera tað grova arbeiði og at ganga hús úr húsi at bidda. Hann var komin til tann aldurin, har tørvurin er stórur fyri sjálvsvirðing og viðurkenning. Tí kendist eitt slíkt arbeiði serliga mannminkandi og særandi. Men tolin fann hann seg í tí og helt, at hendan eyðmýkingin var neyðug fyri at bøta um syndir sínar.

Luther nýtti hvørja fríløtu frá skyldum sínum til at lesa. Hann svav og át lítið. Mest av øllum gleddi hann seg til at lesa orð Guds. Í klostrinum hevði hann funnið eina bíbliu, sum var leinkjað til ein múr, og hana vendi hann støðugt aftur til. Sum frá leið sannførdist hann djúpari um sína egnu syndigu støðu og leitaði til Gud at fáa frið og fyrigeving fyri gerðir sínar.

Hann fastaði, vakti og píndi seg likamliga í royndunum at temja teir syndigu partarnar av lyndinum, sum klosturlívið ikki hevði hjálpt honum burtur úr. Einki offur var ov stórt, um tað kundi givið honum reint hjartalag og vann honum tokka Guds.

“Eg var sanniliga ein gudsóttandi munkur,” segði hann seinni, “og fylgdi reglunum í munkaskipanini strangari enn eg havi orð fyri. Um nakar munkur kundi fáa eitt pláss í Himlinum av munkaarbeiði, so átti eg vissuliga hesi rættindir. Um eg hevði hildið fram á hendan hátt, so hevði tað tikið lívið av mær.”

Avleiðingin av sjálvspínsluni var, at orkan gekk undan, og at hann javnan fall í óvit. Hetta gav honum varandi likamlig mein. Hóast allar hesar royndirnar, fann hansara tyngda sál ongan lætta, og hann endaði í djúpasta vónloysi.

Men táið neyðin var størst, sendi Gud honum ein vin til hjálpar. Tann gudsóttandi Staupitz fekk Luther at skilja Guds orð á ein hátt, sum fekk hann at hugsa minni um ta ævigu revsingina og ístaðin at síggja Jesus sum sín fyrigevandiFrelsara. “Heldur enn at plága teg sjálvan orsaka av syndum tínum, so kasta teg í Frelsarans armar. Lít á hann; Lít á rættvísið í hansara lívi og sáttargerðina við deyða hansara. Lurta eftir Syni Guds. Hann varð menniskja fyri at vissa teg um vælvild Guds. Elska hann, sum fyrst elskaði teg.”3

Soleiðis talaði hesin miskunnsami boðberin. Og orð hansara ávirkaðu Luther nógv. Eftir eitt langt stríð á skeivari leið sá Luther nú sannleikan, og pínda sál hansara fekk frið.

Luther varð vígdur til prest og kallaður úr klostrinum til fróðskaparsetrið í Wittenberg. Her fór hann at granska skriftirnar á frummálunum.. Og hann helt javnan fyrilestrar um Bíbliuna, har hann greiddi sínum nøgdu og glaðu áhoyrarum frá, um Dávids sálmar, gleðiboðskapin og brøvini á einum máli, sum tey skiltu. Staupitz, vinur og yvirmaður Luthers, eggjaði honum at fara á prædikustólin at boða orð Guds. Luther ivaðist. Hann kendi seg óverdigan at tala til fólkið vegna Kristus. Eftir drúgva tíð gjørdi hann tó eftir áheitanini. Tá var hann longu kønur í Skriftini, og náði Guds lá yvir honum. Góðu taluevnini hugtóku tey lurtandi. Við máttfullari klárari rødd sannførdi hann um sannleikan, og orðini funnu leiðina beintíhjørtuni.

Ferðin til Rom
Enn var Luther trúfastur ímóti pávakirkjuni og droymdi ikki um annað. Forsjón Guds leiddi hann kortini til Rom. Hann fór til gongu og svav um næturnar í munkaklostrum á leiðini. Í Italia undraðist hann stórliga yvir alt ríkidømið, alla dýrdina og marglætið, ið hann har sá. Munkarnir høvdu stórar inntøkur, búðu í fínastu íbúðum, vóru ílatnir dýr klæðir og ótu við búgvið borð. Luther ógvaðist við hetta, táið hann bar tað saman við sítt egna lív í sjálvsnoktan og sparsemi. Hann kendi seg ørkymlaðan og ivandi.

Táið hann langt burturi sá býin við teimum sjey heyggjunum, tveitti hann seg niður og rópti: “Heilaga Rom, eg heilsi tær!”Hann fór inn í býin, vitjaði kirkjur, lurtaði eftir ævintýrkendum søgum, sum prestar og munkar greiddu frá, og helt seg til allar halgisiðir, sum ásettir vóru. Men allastaðni sá hann ymiskt, sum fylti hann við undran og andstygd. Hann sá synd og órætt fara fram innan allar bólkar av prestastættini. Hann hoyrdi ósømiligar skemtisøgur frá høgum embætismonnum í kirkjuni og gjørdist ræðslusligin av teirra ræðuligu gudsspottan – og enntá undir gudstænastuni.

Allastaðni sá hann vanhalgan heldur enn gudsótta.“Eingin kann ímynda sær,” skrivaði hann, “hvørjar syndir og illavorðnar gerðir, ið verða framdar í Rom. Tað má síggjast og hoyrast fyri at trúgva tí.” Tey eru von at siga, at ”um nakað helviti er til, so er Rom bygt omaná tað, tí tað er ein avgrund, sum øll sløg av synd vellir upp úr.”4

Við nýggjari kunngerð hevði pávin júst lovað avlát til øll, sum á knøunum vildu grulva upp ígjøgnum Pilatustrappuna. Sagt varð, at Frelsarin gekk omaneftir trappuni í romverska rættarsalinum, og at hon á undurfullan hátt var komin til Rom. Lýðin grulvaði Luther ein dagin niðan eftir trappuni, men tá hoyrdi hann knappliga eina rødd siga:“Hin rættvísi skal liva av trúgv.”5

Hann sprakk upp og skundaði sær burtur frá hesum staði fyltur av skomm og ræðslu. Hesi orðini úr Skriftini mistu ongantíð sína ávirkan á sinn hansara. Hann skilti betur enn nakrantíð, at egnar gerðir ikki førdu til frelsu, men at neyðugt var at trúgva á Jesus Kristus sum sín frelsara. Eygu Luthers vórðu opnað fyri falslæru pávaveldisins. Tá hann vendi býnum bakið, vendi hann eisini hjartanum frá romakirkjuni. Sum tíðin leið, øktist skilnaðurin, til hann at enda kvetti alt sambandið við pávakirkjuna.

Eitt ljós verður tendrað - Uppreistur í Wittenberg
Heimafturkomin til Wittenberg úr Rom fekk Luther doktaraheiti í gudfrøði við fróðskaparsetrið. Betri enn nakrantíð fyrr fekk hann nú góð høvir at nýta tíðina til Skriftina, sum hann elskaði. Hann hevði tikið eina hátíðarliga avgerð um við trúskapi at granska og prædika orð Guds og ikki lærusetningar pávans, tað, sum eftir var av lívinum. Hann var ikki longur bara munkur og prestur, men hann var kallaður av Gudi til at bera tann sanna boðskapin til fólkið, sum hungraði eftir sannleikanum. Avgjørdur boðaði hann frá, at kristin ikki eiga at taka við aðrari læru enn henni, sum byggir á myndugleikan í heilagu Skriftini. Hesi orð Luthers raktu grundvøllin í hátign pávans. Tey vóru eisini grundreglan undir komandi trúbótini.

Luther sá vandan við at seta mannahugsan hægri enn orð Guds. Óttaleysur vísti hann aftur allar listilærdar falslærur frá tí serstaka slagi av katólskari heimspeki, sum er nevnd skolastikkur. Hann talaði ímóti hesari heimspekini og gudfrøðini, sum so leingi hevði havt vald á fólki. Hann fordømdi hetta slag av lesnaði, ikki bara sum virðisleyst, men eisini sum beinleiðis skaðiligt, og royndi at leiðbeina sínar lurtarar til at venda sær burtur frá hesum heimspekingum og gudfrøðingum og ístaðin at venda sær til teir sannleikar, sum profetar og kristniboðarar Bíbliunnar boða.

Tað var ein undurfagur boðskapur, sum hann prædikaði fyri teimum altráu skarunum, sum lurtaðu eftir honum. Ongantíð áður høvdu tey hoyrt ein slíkan boðskap. Gleðiboðskapurin um kærleika Frelsarans og um fyrigeving og frið við blóði hansara, fylti hjørtuni og gav teimum ódeyðiliga vón. Í Wittenberg vórðu ljós tendrað, hvørs strálur skuldu røkka út um allan heimin og gerast bjartari og bjartari til enda tíðarinnar.

Men ljós og myrkur trívast ikki saman. Ímillum sannleika og villu er altíð eitt óendaligt stríð. At góðtaka og verja annað er tað sama sum at leypa á hitt. Jesus segði: “Eg eri ikki komin fyri at geva frið, men svørð.”Nøkur ár eftir, at trúbótin byrjaði, segði Luther: “Gud leiðir meg ikki, hann skumpar meg frameftir, hann ber meg avstað. Eg eri ikki mín egni harri. Eg vil fegin liva eitt friðarligt lív; men eg verði kastaður mitt í uppreistur og kollveltingar.”6 Stríðið var nú byrjað.

Avlátshandil
Pávakirkjan hevði gjørt Guds náði til eina handilsvøru. “Pengavekslarar settu síni borð upp við altarið, og rópini frá keyparum og seljarum fyltu rúmið.” Við undanførslu at fáa pening til vega at byggja Pæturskirkjuna í Rom, vóru avlátsbrøv seld til syndanna fyrigeving við heimild frá pávanum. Eitt tempul til Guds æru skuldi byggjast fyri pening,sum forvunnin varð við brotsverkum.

Men júst hyggjuráðini, sum ætlaði vóru til at dýrdargera Rom, skuldu vísa seg at gerast tað mest drepandi høggið ímóti kirkjunnar veldi. Ídnastu og virkisfúsastu mótstøðumenn kirkjunnar vaknaðu nú upp til stríð ímóti pávakirkjuni, sum skakaði hana í sínum grundvølli, soleiðis at trílagaða pávakrúnan (tiara) ímyndaliga sæð skalv á høvdi pávans.

Maðurin, sum skuldi standa fyri søluni av avlátsbrøvum í Týsklandi –Johann Tetzel - var áður dømdur fyri herviligastu brotsverk ímóti samfelagnum og lóg Guds. Hann slapp tó undan uppibornu revsingini, afturfyri at fremja samvitskuleysu og sjálvsøknu handilsætlanir pávans. Ósmæðin endurtók hann lygnirnar fyri at lumpa hetta góðtrúna fólkið, sum var fult av pátrúgv. Um fólk kendu orð Guds, høvdu tey ikki so lætt latið seg lumpa. Tað var fyri at halda tey undir pávans veldi og støðugt at økja um valdið og ríkidømið hjá kirkjuleiðarunum, at “Bíblian varð tikin frá fólkinum.”

Táið Tetzel kom til ein bý, fór eitt sendiboð undan og kunngjørdi: ”Fyri durinum er náðin frá Gudi og tí heilaga faðirinum.” Fólkið beyð hesum gudsspottandi hyklara vælkomnum, sum var tað sjálvur Gud, sum var komin niður av Himli. Vanæruligi handilin fór fram í kirkjuni. Tetzel fór á prædikustólin og rósti avlátsbrøvunum sum Guds dýrabaru gávu. Hann lovaði, at um tey keyptu eitt avlátsbræv nú, so skuldu allar syndir teirra, og eisini seinni í lívinum, verða fyrigivnar. Og tað, “at bera angur um syndir sínar, var heldur ikki neyðugt.”

Hann vissaði fólk um, at avlátsbrøvini eisini kundu frelsa tey deyðu. Sum søluátak rímaði hann: “Táið pengarnir í kistuna klinga, sálirnar úr skíriseldinum springa!”

Táið Símun gandakallur vildi keypa ápostlanna mátt til at gera undurverkir, svaraði Pætur: “Til grundar gangi silvur títt, og tú sjálvur við, táið tú heldur teg kunna keypa gávu Guds fyri pening!”7Men fólk í túsundatali tóku fegin ímóti tilboðnum frá Tetzel. Silvur og gull streymaði í kassan. Tað var lættari at ogna sær frelsu, sum bar til keypa fyri pening, enn eina, sum kravdi iðran, trúgv og støðugt stríð at standa ímóti og vinna á synd.

Læran um avlátið varð átalað av lærdum og gudsóttandi monnum í romakirkjuni. Mong trúðu ikki hesari læru, sum so týðyliga stríddi ímóti vanligum skili og heilagu Skriftini. Men eingir høgir embætismenn innan kirkjuna tordu at mótmæla óskilinum, tó at nógvir vóru ørkymlaðir. Teir vóru illa við og bóðu til, at Gud fór at senda hjálp til at reinsa kirkju sína.

Hóast Luther enn var heilhjartaður katolikkur, var hann ræðslusligin av hesum seljarum og teirra gudsspottandi læru. Fleiri í samkomu Luthers høvdu keypt avlátsbrøv. Tey byrjaðu skjótt at koma til prest sín at játta ymsar syndir fyri at fáa syndafyrigeving, ikki tí at tey angraðu og ynsktu at skikka sær betri, men við avlátinum sum grundarlagi. Luther noktaði teimum syndafyrigeving og segði, at tey fóru at glatast í sínum syndum, um tey ikki angraðu tær og skikkaðu sær betri. Í neyð síni vendu hesi fólk sær til Tetzel og kærdu seg um, at skriftafaðir teirra vísti avlátsbrøvini frá sær. Nøkur kravdu enntá at fáa pengarnar aftur. Munkurin bleiv spinnandi óður. Hann kom við teimum ræðuligastu forbannilsum, lat bál tendra á torgum og boðaði, at hann “hevði fingið boð frá pávanum um at brenna allar trúarvillingar, sum tordu at seta seg upp ímóti hansara allarheilagstu avlátsbrøvum.”8

Í bardaga ímóti misbrúkum
Bersøgin og djarvur fór Luther undir at verja sannleikan. Av prædikustóli hoyrdist rødd hansara koma við álvarsomum og hátíðarligum ávaringum. Hann legði fram, hvussu andstyggilig syndin er, og lærdi fólkið, at menniskju ikki við egnari megi kunnu minka sína syndaskuld ella sleppa undan revsing. Bara iðran við umvending til Gud og trúgv á Jesus Kristus kann frelsa syndaran. Náðin kann ikki keypast, hon er ein gáva. Luther ráddi fólki frá at keypa avlátsbrøv og bað tey venda sær í trúgv til krossfesta Frelsaran. Hann greiddi frá sínum egnu pínufullu royndum, táið hann nyttuleyst royndi at finna frelsu við at pína og eyðmýkja seg sjálvan. Hann vissaði lurtarar sínar um, at tað var ikki við at hugsa um seg sjálvan, men við trúnni á Jesus Kristus, at hann fann frið og gleði.

Tá nú Tetzel helt fram við hesum ógudiliga virksemi, tók Luther máttmiklari amboð í brúk ímóti ólevnaðinum. Skjótt kom møguleikin. Slottskirkjan í Wittenberg átti halgilutir, sum ávísar halgidagar vórðu sýndir fyri fólki. Full syndafyrigeving varð játtað øllum, sum tá vitjaðu kirkjuna og skriftaðu. Tí komu nógv í kirkju hesar ávísu dagarnar. Og nú nærkaðist ein teirra, “Allahalgannadagur.” Dagin fyri hevði Luther hongt pappír við 95 setningum ímóti avlátslæruni á kirkjuhurðina. Síðani fór hann sjálvur upp í fjøldina, sum longu var á veg í kirkju. Hann segði seg vilja verja hesar setningarnar næsta dagin á fróðskaparsetrinum ímóti øllum, sum vildi tala ímóti teimum.

Setningarnir vaktu miklan ans. Teir vórðu lisnir og endurtiknir allastaðni. Bæði á setrinum og í øllum býum kom øsing í. Hesir setningarnir vístu á, at tað ikki var givið pávanum ella nøkrum menniskja í hendi at fyrigeva syndir ella at linka revsingar fyri gjørdar syndir. Øll hendan skipanin var ein glantrileikur –ein lumping til at kradda pening frá fólki við at misnýta teirra pátrúgv –ein ætlan Satans til oyðing av teimum sálunum, sum trúðu lygnunum. Tað sást eisini greitt, at Kristi evangelium er kirkjunnar dýrabarasti dýrgripur, og at náði Guds verður ókeypis givin øllum, sum søkja hana í sannari umvending og trúgv.

Ljósið úr Wittenberg skakar Týskland
Setningar Luthers løgdu upp til hvast orðaskifti, men eingin tordi at møta avbjóðingini. Eftir fáum døgum vóru spurningarnir komnir út um alt Týskland, og eftir fáum vikum út um allan hin kristna heimin. Nógvir gudsóttandi katolikkar sóu ringa skilið og syrgdu yvir ræðuligu misgerðirnar, sum valdaðu innan kirkjugáttina, men teir vistu ikki, hvussu óskilið kundi steðgast. Hesir lósu setningar Luthers við frøi. Teir hoyrdu rødd Harrans í teimum.

Teir kendu, at Harrin í náði síni nú hevði rætt hondina út at steðga hesari spilluni, ið kom sum ein onnur flóðaldu frá pávastólinum. Í loyndum frøddust bæði fúrstar og dómarar um, at onkur nú royndi at steðga hesum hugmóðiga valdi, sum noktaði fólki rættin til at mótmæla avgerðir tess.

Men fjøldin, sum var full av pátrúgv og elskaði syndina, var skakað, táið tær snildir, sum høvdu doyvt samvitsku teirra, nú onki virði høvdu. Teir listilærdu prestarnir, sum høvdu góðkent brotsverk, sóu inntøkukeldur sínar hóttar. Teir gjørdust í øðini og tóku seg saman í ráð at varðveita síni óprógvaðu uppáhald. Teir komu við hørðum ákærum. Nakrir løgdu Martin Luther undir at vera lopin framav. Aðrir skuldsettu hann sum ein hugmóðigan gudsspottara, sum ikki lat seg leiða av Gudi.“Vita tit ikki,” svaraði hann aftur, “at eitt menniskja sjáldan kemur við nýggjum hugsanum, uttan at tað kann síggja út sum hugmóð og uttan at viðkomandi verður lagdur undir at vekja stríð? Hví vórðu Kristus og blóðvitnini dripin? Tað var tí, at tey vórðu mett at halda hánt um tátíðar vísdómin, og tí at tey komu við nøkrum nýggjum, uttan fyrst eyðmjúkliga at hava ráðført seg við tey, sum hildu fast við tað gamla.”

Einaferð enn kunngjørdi hann: “Tað, sum eg geri, tað geri eg ikki eftir viti frá menniskjum, men eftir Guds ráðagerð. Um verkið er Guds, hvør kann tá steðga tí? Um tað ikki er hansara, hvør kann tá fremja tað? Ikki mín vilji, heldur ikki teirra, ei heldur okkara, men tín vilji, heilagi Faðir, sum ert í Himlinum.”9

Einsamallur ímóti yvirvøldini
Hóast Andi Guds var við honum, var tað ikki uttan hart stríð hjá Lutheri at fremja verkið, sum hann var farin undir. Fíggindarnir stríddust ímóti. Teir sáddu iva um endamálið og komu við órættvísum og óndum skuldsetingum um persónlig viðurskiftir. Teir nýttu øll høvir til at seta hann í ringt ljós, og tað setti síni spor. Hann hevði roknað við, at leiðarar fólksins bæði í kirkjum og skúlum við gleði fóru at taka undir við honum í royndini at bøta um viðurskiftini. Eggjandi orð frá høgum monnum høvdu veitt honum gleði og vón. Hann hevði sæð fyri sær eina ljósari tíð fyri kirkjuna. Men nú var eggjanin broytt til ábreiðslur og fordøming. Nógvir leiðarar innan kirkju og ríkið vóru sannførdir um sannleikan í hugsanum Luthers. Men teir sóu eisini, at góðkenning av sannleikunum fóru at hava stórar broytingar við sær. Skuldi trúbótin fremjast og sannleikin kunnast øllum, var tað í veruleika at undirgrava valdið hjá Rom. Peningastreymurin vildi steðga, sum nú rann í skattakømrini. Og tað komjú lívinum í ríkidømi og marglæti hjá pávaligu leiðarunum í vanda. Um fólk lærdu at hugsa sjálv og bera seg ábyrgdarfult at, so fór hetta fullkomiliga at broyta trónu pávans og kanska eisini myndugleikan hjá teimum ráðandi. Tí vrakaðu teir hetta tilboðið frá Gudi og tóku seg saman at stríðast hart ímóti hesum manni, sum Gud hevði sent fyri at kunna teir um Kristus og sannleikan.

Luther nøtraðist av ræðslu við at kenna seg so einsamallan ímóti sterkasta veldinum á jørðini. Viðhvørt ivaðist hann, um tað veruliga var Gud, sum hevði leitt hann til at seta seg upp ímóti kirkjunnar myndugleika. “Hvør eri eg.” skrivaði hann, “síðani eg setti meg upp ímóti hátign pávans, . . . jarðarinnar kongar og allur heimurin skelvur fyri honum! Eingin kann hugsa sær, hvussu hjarta mítt leið hesi bæði fyrstu árini, og tað mistreysti fyri ikki at siga mótloysi, sum eg var sokkin í.”10 Men hann fall ikki heilt í fátt. Táið menniskjuni svíktu, setti hann alt álitið á Gud og lærdi, at hann trygt kundi styðja seg at sterka armi hins Almáttuga.

Til ein vin, sum tók undir við trúbótini, skrivaði hann:“Vit kunnu ikki skilja Skriftina til fulnar við viti og skili eina. Tú mást byrja við bøn og biðja Harran um, at hann í náði síni má geva tær ta sonnu fatanina av orðinum. Eingin annar kann tulka orð Guds enn hann, ið hevur skrivað tað. Hann hevur sjálvur sagt: Tey skulu verða lærd av Gudi.” Ger tær onga vón um nakað við egnum stríði og viti. Set alt álitið á vegleiðingina frá Anda Guds. Lít á hesi orð frá einum manni, sum hevur gjørt sínar royndir.”11

Hetta er av størsta týdningi fyri tey, sum kenna seg kallaði av Gudi at boða øðrum álvarsomu sannleikarnar í hesum tíðum. Hesir sannleikar vilja vekja fíggindskap Satans og teirra, sum elska hansara ósannindir. Í stríðnum ímóti óndum maktum er tørvur á meira enn á mannavísdómi.

Táið óvinir Luthers vístu á siðvenjir ella á pávans orð og myndugleika, møtti hann teimum við Bíbliuni og Bíbliuni eina. Her vóru próvgrundir, sum teir ikki dugdu at svara.Tí kravdu hesir trælir undur pátrúgv og vanareglum blóð hansara, eins og jødarnir á sinni kravdu Jesu blóð. “Hann er ein trúarvillingur,” róptu víðgongdir katolikkar. “Tað er svik av ringasta slagi ímóti kirkjuni, at lata ein so ræðuligan trúarvilling sleppa at liva bert ein tíma afturat. Gerið avrættingarpall til hansara beinanvegin!”12 Men Luther fall ikki sum offur í hesari øðini. Gud hevði arbeiði til Luther, og einglar av Himli vórðu sendir at verja hann. Men mong, sum høvdu tikið við dýramæta ljósinum frá honum, gjørdust offur fyri Satans vreiði og máttu vegna sannleikan tola bæði pínslur og deyða.

Læra Luthers vakti stóran ans ímillum mentaði fólk í Týsklandi. Frá prædikum og skriftum hansara lýsti eitt ljós, sum vakti í túsundatali.Ístaðin fyri stirvnu og deyðu lærur kirkjunnar, spratt her ein livandi og virkin trúgv. Fyri hvønn dag, sum gekk, misti fólkið blinda álitið á pátrúgvir pávaveldisins. Forðingar fordómanna viknaðu í hvørjum, táið Luther setti orð Guds upp ímóti teimum. Tað skar seg sum eitt tvíeggjað svørð í hjørtuni á fólki. Allastaðni vaknaði eitt ynski um andaliga menning og tosti eftir rættvísi, sum fólkið ikki hevði upplivað í langar tíðir. Eyguni, sum so leingi vóru vend ímóti mannasiðum og reglugerðum manna, vendu sær nú til trúnna á tann krossfesta.

Skírdur trúarsvíkur úr Rom
Stóri áhugin fekk pávanat óttast. Luther var biðin at koma til Rom at verja seg ímóti ákærunum um trúarvilling. Vinirnir vórðu skelkaðir. Teir kendu vandarnar í hesum spilta syndafulla býi, sum so mangan hevði drukkið seg fullan av blóði blóðvitnanna. Teir mótmæltu honum at fara til Rom og kravdu, at avhoyringin skuldi verða í Týsklandi.

Tað varð góðtikið og pávin útnevndi ein sendiharra at umboða seg til sakarmálið, sum innan fráferðina fekk kunnað, at Luther longu var dømdur trúarvillingur. Honum var tí álagt ”uttan drál at ákæra og noyða”hann. Um Luther framvegis stóð við sítt og ikki var at vika, hevði sendiharrin fingið heimildina til ”at lýsa Luther í bann um alt Týskland, og eisini øll tey, sum tóku undir við sjónarmiðum hansara.”13 Fyri heilt at sleppa av við hesa trúarvillandi pestina, gav pávin sendiharranum boð um at bannlýsa øll, uttan mun til tign og stætt, sum ikki vildu hjálpa til við at taka Luther og hjálparmenn hansara. Einans keisarin var undantikin.

Her vísti pávakirkjan sonnu muruna. Einki í skjalinum vísti minsta spor av kristnum aðalreglum ella nakað, sum minti um vanligt rættvísi. Langt burtur í Rom, uttan at hava høvi til at greiða frá nøkrum ella at verja støðuna, var hann áðrenn sakarmálið dømdur trúarvillingur av sjálvkravda heilaga faðirinum ?sjálvútnevnt hin einasti, heilagsti og hægsti lýtaleysi myndugleikin innan bæði kirkju og ríki!

Hesa tíðina trongdi Luther nógv til ein trúfastan vin at sýna samkenslu, ugga og til góða ráðgeving. Gud sendi í forsjónni Melanchton til Wittenberg. Hann var ungur, lítillátin og smæðin av lyndi, men hevði evnir til skilagóðar avgerðir, stóran kunnleika, framúr taligávur og eitt erligt reint lyndi.Hann var væl lýddur og høgt virdur. Handan blíða sinnalagið fjaldu seg ríkar gávur. Hann fekk skjótt stóran áhuga fyri evangeliinum og bleiv besti vinur og virðismiklasti stuðul Luthers. Hansara milda sinni, varsemi og neyvleiki hóskaðu væl saman við Luthers stóra dirvi og arbeiðssemi. Samstarv teirra styrkti trúbótina og var til stóra gleði fyri Luther.

Hoyring í Augsburg
Avgjørt varð, at hoyringin skuldi vera í Augsburg og trúbótarmaðurin fór til gongu hagar. Nú vóru vinfólkini sera bangin um hann. Beinleiðis hóttanir vóru hoyrdar um, at hann fór at verða handtikin og dripin á leiðini. Vinirnir bønaðu og bóðu hann um ikki at fara. Teir bóðu hann eisini um at fara úr Wittenberg í eina tíð og at gista hjá nøkrum av teimum, sum við gleði vildu verja hann. Men hann vildi ikki broyta umstøðurnar, sum Gud hevði sett hann í. Hann vildi trúfastur siga sannleikan, og at gera tað uttan mun til hvørja mótstøðu hann fekk.

Hann segði: “Eg eri sum Jeremias, ein stríðsmaður, og jú meira teir royna at hótta, jú størri er mín gleði . . . . . Teir hava longu oyðilagt æru og umdømið mítt. Bert eitt havi eg eftir; og tað er mítt ússaliga likam; lat teir bara taka tað. Teir vilja á tann hátt stytta lív mítt í nakrar fáar tímar. Tann, sum vil boða Kristi orð fyri heiminum, má rokna við deyðanum, nær tað skal vera.”14

Boðini um, at Luther var komin til Augsburg, hóvaðu sendiharra pávans væl. Hesin trupli trúarvillingurin, sum vakti áhuga um allan heimin, tóktist nú at vera í valdinum hjá Rom. Sendiharrin hevði ongar ætlanir um at lata hann sleppa haðani aftur! Luther hevði ikki tryggjað sær ‘bræv frítt at fara’. Vinirnir ávaraðu hann um at stíga fram uttan tílíkt fríbræv, og tóku á seg at fáa tað til vega frá keisaranum.

Endamálið hjá sendiharranum var at fáa Luther at taka aftur øll síni orð, og um tað ikki eydnaðist, so at taka hann við til Rom at fáa somu lagnu sum Huss og Hieronymus. Hann royndi tí saman við hjálparmonnum sínum at fáa Luther at stíga fram uttan nevnda brævið og bara at líta á sítt orð og miskunnsemi. Hetta noktaði Luther avgjørdur. Ikki áðrenn hann fekk skjalið frá keisaranum, sum tryggjaði honum frítt at fara, vildi hann stíga fram fyri sendiharra pávans.

Romakirkjunnar menn høvdu sett sær fyri fyrst at royna at vinna Luther við følskum mildleika.Sendiharrin spældi vinarligur, men kravdi, at Luther treytaleyst skuldi boyggja seg fyri myndugleika kirkjunnar og uttan orðaskifti ella spurningartaka alt aftur, sum hann hevði sagt og skrivað. Men hann kendi ikki eginleikarnar hjá hesum manni, sum hann var komin í hóslag við. Luther segði seg hava virðing fyri kirkjuni og ynskti bara at halda seg til sannleikan. Hann var til reiðar at svara øllum spurningum og atfinningum til læru sína og at lata ávís fólk meta um og døma sínar lærusetningar. Men hann mótmælti kravinum um, at skula taka alt aftur uttan nakra próvførslu fyri, at hann var farin skeivur.

Einasta svarið hann tá fekk, var: ”Tak tað aftur! Tak tað aftur!”Luther visti, at læra hansara hevði støðið í Skriftini, og segði tí avgjørdur, at hann ikki kundi avnokta sannleikan. Kardinálurin kundi ikki mótprógva próvførslu Luthers, men oysti hann undir við ábreiðslum og smikri. Afturat vísti hann til hvat kirkjufedrar høvdu sagt og skrivað, og lat soleiðis ikki trúbótarmannin koma til orðanna. Táið Luther skilti, at orðaskiftið á hendan hátt ongan veg bar, fekk hann at enda treyðugt loyvi til at svara skrivliga.

”Á hendan hátt,” skrivaði hann í brævi til ein vin, ”fær tann kúgaði dupultan fyrimun. Fyrst og fremst kann tað skrivaða orðið leggjast fram fyri onnur at meta um, og harafturat kann tann hugmóðigi valdsharrin ikki óttaleysur og samvitskuleysur vinna á tær við sínum krevjandi og erpna málburði.”15

Á næsta fundi legði Luther fram stutta, greiða og sannførandi frágreiðing um síni sjónarmið og bygdi alt á skriftstøð í Bíbliuni. Táið hann hevði lisið hetta hart upp, gav hann kardinálinum skjalið. Hesin tveitti tað vanvirðisliga frá sær og segði, at her var bara talan um tóm orð og óviðkomandi skriftstøð. Luther, sum nú var meiri og meiri eldhugaður, møtti hesum hugmóðiga kirkjumanninum á hansara egnu grund – á kirkjunnar siðvenju og læru – og vísti nú øllum aftur, sum hesin maðurin kom við.

Táið sendiharrinsá, at hann ikki megnaði at svara grundgevingum Luthers, misti hann fult og heilt tamarhaldið á sær og rópti í øðini: “Tak alt í teg aftur, ella skal eg senda teg til Rom, so tú verður settur fram fyri slíkar dómarar, ið hava fulltrú til at taka sær av máli sum hesum. Eg skal lýsa tykkum í bann, bæði teg sjálvan og allar tínar hjálparmenn, og ein og hvønn, sum nakrantíð styðjar teg, og so skulu tit verða blakaðir út úr kirkjuni.” At enda segði hann stoltur og hóttandi: “Tak tað aftur, ella vís teg ikki aftur!”16

Luther og vinir hansara valdu nú at fara av fundinum. At taka nakað aftur kom ikki upp á tal. Kardinálurin væntaði, at harðliga framferðin frá sær fór at ræða Luther. Men nú stóð hann við feløgum sínum firtin og nipin um sínar miseydnaðu ætlanir.

Framferð Luthers á hesum fundinum hevði givið tí stóru fjøldini eitt gott høvi til at meta um og samanbera hesar báðar menn, hvør andi búði í teimum, og hvussu sannførandi sjónarmið teirra vóru. Og teir vóru sum dagur og nátt! Luther var vanligur og lítillátin, men trein ekkaleysur fram í kraft Guds, tí hann kom við sannleikanum. Umboðsmaður pávans var braneggjaður, alráðandi og órímiligur. Hann nýtti ikki eina einastu reglu úr Skriftini, men hóast hetta, so geylaði hann í øðini: “Tak tað aftur, ella tú verður sendur til Rom at verða revsaður.”

Hóast Luther hevði tryggjað sær griðbrævið, løgdu papistar nú ætlan um at taka hann og blaka hann í fangahús. Vinirnir bóðu hann so inniliga um alt fyri eitt at fara aftur til Wittenberg, tí einki gagnaði at steðga her. Hesar ætlanir máttu tó dyljast. Áðrenn tað lýsti fór hann á hestbaki úrAugsburg. Saman við honum fór ein ferðaleiðari, sum friðdómarin hevði funnið honum. Við ótta og illgruna sníktu teir seg ígjøgnum tær myrku gøturnar. Ansnir og grimmir fíggindar ynsktu at taka lívið av honum. Nøtrandi og biðjandi slapp hann út ígjøgnum eitt lítið portur í býarmúrinum saman við ferðaleiðara sínum. Komnir í trygd uttan fyri býin, fóru teir at skunda sær. Áðrenn sendiharri pávans frætti, at Luther var rýmdur, var hann komin so langt, at teir, sum eltu, ikki kundu fáa hann aftur. Satan og hjálparmenn hansara høvdu tapt stríðið. Maðurin, sum teir hildu seg at hava í sínum valdi, var horvin, undansloppin eins og fuglur úr snaru veiðimans.

Táið sendiharri pávans frætti, at Luther var flýddur, undraðist hann stórliga og gjørdist í øðini. Hann hevði væntað sær rós og heiður fyri sín vísdóm og fastleika í handfaringini av hesum meinboga fyri kirkjuna, men tann vónin var nú burtur. Sinnisrørdur skrivaði hann eitt bræv til kurfúrstan Friedrich av Saksen, har hann hvassliga ákærdi og fordømdi Luther. Hann kravdi at Friedrich skuldi senda hann til Rom ella at vísa honum burtur úr Saksen.

Luther helt, at sendiharrin ella pávin sjálvur út frá Skriftini skuldu vísa sær á, hvar hann var farin skeivur, og hann lovaði at sleppa øllum sínum trúarsetningum, um teir kundu prógva, at teir vóru í stríð við Skriftina. Hann takkaði Gudi fyri, at hann fekk heiðurin at líða fyri eina so heilaga søk.

Kurfúrstin verjir Luther
Kurfúrstin visti lítið um tað, sum trúbótarmaðurin lærdi, men falsloysi og megi Luthers vaktu áhuga hansara, og hann valdi at verja Luther, til tað kundi prógvast, at maðurin var farin skeivur. Sum aftursvar til áheitanina frá sendiharranum, skrivaði hann: “Tygum áttu at verið nøgdur við, at Martin Luther doktari kom fram fyri tygum í Augsburg. Vit høvdu ikki væntað, at tygum fóru at biðja hann at taka aftur orð síni, uttan at hava sannført hann um, at hann hevði mistikið seg. Eingin av teimum lærdu í mínum fúrstadømi hevur sagt mær frá, at læra Martin Luthers er ógudilig, antikristilig ella skeiv.”

Fúrstin noktaði eisini at senda Luther til Rom og at vísa honum úr ríkjum sínum. Kurfúrstin sá moralsku afturgongdina í samfelagnum, og sá, at tørvur var á stórari broyting. Tey fløktu og kostnaðarmiklu tiltøkini at fyribyrgja og revsa brotsverk vóru óneyðug, um fólk bara viðgingu og fylgdu boðum Guds og einari upplýstari samvitsku. Hann sá, at Luther arbeiddi fram ímóti hesum málum, og í loyndum gleddist hann um, at ein betri ávirkan longu sást innan kirkjuna.

Hann sá eisini, at Luther í stóran mun hevði hepni við sær sum professari á setrinum. Eitt ár eftir at Martin Luther hongdi sínar setningar á hurðina í slottskirkjuni, var talið av pílagrímum, sum vitjaðu kirkjuna allahalgannadag, minkað. Rom hevði mist tilbiðjarar og offurgávur. Nú komu ístaðin eitt annað slag av fólki til Wittenburg. Hetta vóru ikki pílagrímar, sum komu at tilbiðja gamlar halgilutir, men studentar, sum komu til býin fyri at læra. Allastaðni høvdi skriftir Luthers vakt nýggjan ans fyri heilagu Skriftini. Ikki einans komu fólk úr øllum Týsklandi, men eisini úr øðrum londum floymdi fólk til fróðskaparsetrið. Ungir menn, sum á fyrsta sinni sóu Wittenberg, hevjaðu hendur sínar upp ímóti himli og prísaðu Gudi, tí hann lat ljós sítt skína úr hesum býi eins og í gomlum døgum av Zion, haðani tað breiddi seg heilt út til tey fjarastu lond.17

Trýstið á Luther harðnar
Enn hevði Luther bara lutvíst vent Rom bakið. Men táið hann samanbar orð Guds við pávaligar fyriskipanir, fyltist hann við undran. Hann skrivaði soleiðis: “Táið eg lesi fyriskipanir pávans, ivist eg í, um pávin er Antikrist ella ápostul hansara, so illani hann fer við Kristusi og mest sum krossfestir hann umaftur.”18 Men enn tók Luther undir við romakirkjuni og hevði ongar ætlanir um at taka seg úr henni.

Ritgerðir og trúarsetningar trúbótarmansins náddu út til øll fólk í kristna heiminum. Rørslan breiddi seg til Sveis og Niðurlond. Avskriftir funnu eisini vegin til Fraklands og Spania. Í Onglandi varð tikið ímóti teimum sum ímóti sjálvum lívsins orði. Fólk í túsundatali vaknaðu upp úr andaligum dvala til stóra gleði og vón í trúnni.

Rom østi seg alt meira um álop Luthers. Nakrir av argastu mótstøðumonnum Luthers, sum eisini vóru doktarar við lærdar skúlar, bóru fram, at tann, sum drap hendan uppreistrarmannin, ikki syndaði í at gera tað. Ein dagin nærkaðist ein fremmandur maður trúbótarmanninum við skambyrsu huldari undir jakkanum. Hesin spurdi, hví hann gekk so einsamallur. “Eg eri í Guds hondum,”svaraði Luther. “Hann er mín styrki og mín skjøldur. Hvat kann eitt menniskja gera mær?”Hesi orðini fingu hin fremmanda at blikna, og hann flýddi, sum hevði hann staðið andlit til andlits við Himmalsins einglar.

Rom hevði sett sær fyri at knúsa Luther, men Gud var verji hansara.“Lærur hansara hoyrdust allastaðni, í smáttum og klostrum, í høllum aðalsmanna, á fróðskaparsetrum og á slottum konganna.” Allastaðni stigu aðalbornir menn fram og stuðlaðu stríði hansara.19

Tað var um hetta mundi at Luther, sum hevði lisið verkini hjá Johan Huss, sá, at sannleikin um rættvísgerð við trúgv var tann sami, sum tann bøhmiski trúbótarin hevði staðið fast við. “Allir hava vit”, segði Luther, “Paulus, Augustin, og eg sjálvur, uttan at vita av tí, verið hussittar. Vissuliga fer Gud at revsa heimin,” helt hann fram, “tí at tann sannleikin, sum var prædikaður fyri hundrað árum síðani, varð brendur!”20

Í áheitan til keisaran og aðalin í Týsklandi um hjálp at bøta um kristindómin, skrivaði Luther um pávan: “Tað er ræðuligt at síggja eitt menniskja, sum sigur seg vera varamann Kristusar, stíga fram í størri skreyti enn nakar keisari. Kann tað samanberast við tann fátæka Jesus ella tann eyðmjúka Pætur? Fólk siga hann vera heimsins harra! Men Kristus, hvørs varamaður hann reypar sær av at vera, hevur sagt: »Mítt ríki er ikki av hesum heimi.« Kunnu ognirnar hjá einum varamanni vera størri enn tær hjá harra hansara?”

Um fróðskaparsetur skrivaði hann: “Eg eri bangin fyri, at fróðskaparsetrini fara at vísa seg at vera portur til Helviti, uttan so, at tað við ágrýtni verður arbeitt við at greina tær heilagu Skriftirnar og at skriva tær inn í hjørtu ungdómsins. Eg ávari øll um ikki at senda barn sítt til eitt stað, har heilaga Skriftin ikki er fremsta lærugreinin. Ein stovnur, har fólk ikki støðugt granska orð Guds, má enda í rotinskapi og glatan.”21

Hendan áheitanin varð skjótt borin út um alt Týskland við stórari ávirkan. Stórur røringur kom í. Fólk í hópatali stuðlaðu trúbótini. Mótstøðumenn Luthers brendu av hevndarhuga og bóðu nú pávan so inniliga um, at taka avgerandi stigini ímóti honum. Boð vórðu nú send út um, at læra Luthers straks skuldi fordømast. Trúbótarfólkini fingu60 dagar til at taka alt aftur ellaat verða lýst í bann.

Bannlýsti Luther vendir Rom bakið
Fyri trúbótina var hetta øgilig kreppa. Í øldir høvdu bannlýsingar úr Rom fylt máttmiklar valdsharrar við ótta og havt pínu og neyð við sær í stórum ríkjum. Øll, sum vóru fyri tí vanlagnu, at verða fordømd av Rom, vaktu ótta og andstygd hjá fólki. Teimum var noktað at hava samband við síni medmenniskju og vóru friðleys, sum merkir, at ein og hvør kundu jagstra og týna tey. Luther var ikki óvitandi um ódnina, sum nú kom ímóti sær, men hann stóð stinnur og hevði fult álit á Kristusitil skjøldurs og verju. Við sama dirvi ogtrúgv sum blóðvitnini, skrivaði hann: “Hvat, ið nú fer at henda, veit eg ikki, og eg vil heldur ikki vita tað. Lat slagið falla, eg ræðist ikki. Ikki so mikið sum eitt blað í skógini fellur uttan okkara Faðirs vilja. Hvussu nógv meira fer hann so ikki at taka sær av okkum!

Tað er lætt at doyggja fyri Orðsins skuld, tí tað Orðið, sum varð hold, doyði eisini. Um vit doyggja við honum, skulu vit liva við honum, og táið vit fara ígjøgnum tað, sum hann gekk ígjøgnum, verða vit har, sum hann er, og búgva hjá honum í allar ævir.”22

Táið Luther fekk bannbullupávans, segði hann: “Eg vanvirðiog ákæri hana ógudiliga og falska. Tað er sjálvur Kristus, sum her er fordømdur. . . Eg gleði meg yvir at sleppa at líða undir slíkum óndskapi fyri eina so góða søk. Eg føli meg longu lættari um hjartað, tí nú veit eg endiliga, at pávin er Antikrist og tróna hansara Satans.”23

Boðini úr Rom høvdu kortini syndarligar avleiðingar við sær. Fangahús, píning og svørð vóru vápn, sum kundu noyða fólk til lýdni. Tey, sum vóru veik og full av pátrúgv, skulvu av pávaboðunum.Tey flestu sóu, at nógv gott var í læru Luthers, menmongum var lívið ov dýrabart til, at váða tað fyri trúbótina. Alt bendi á, at verkið hjá Luther skjótt fór at verða steðgað.

Men hann var ikki bangin. Rom hevði tveitt sínar bannlýsingar eftir honum, ímeðan heimurin hugdi at. Fá ivaðust í, at Luther antin varð tikin av døgum ella noyddur at taka alt í seg aftur.

Men við ovurhonds styrki bendi hann bannlýsingina aftur til at venda ímóti Rom og kunngjørdi, at hann tók seg úr kirkjuni med alla. Hann brendi øll pávabrøvini, ímeðan lesandi, lærarar og onnur vóru hjástødd. Samstundis brendi hann eisini kirkjulógir, pávabrøv og fleiri bøkur, sum styðjaðu pávaveldinum og segði: “Fíggindar mínir hava við at brenna mínar bøkur verið førir fyri at skaða sannleikans sak hjá tí vanliga fólkinum og at niðurbróta sálir. Tí havi eg afturfyri gjørt teirra bøkur til einkis. Eitt álvarsamt stríð er júst byrjað. Higartil havi eg spælt við pávan. Í navni Guds byrjaði eg arbeiðið; og tað fer at verða fullførtuttan meg,men við kraft hansara.”

Táið fíggindar hansara spottaðu hann, tí sakin stóð so veik, svaraði Luther: “Hvør veit, um ikki Gud hevur útvalt og kallað meg, og um teir ikki áttu at óttast fyri, at teir við at vanvirða meg, eisini vanvirða Gud sjálvan? Móses stóð einsamallur, táið Ísrael fór út úr Egyptalandi; Elias var einsamallur, táið kong Akab ráddi; Esajas var einsamallur í Jerusalem, Ezekiel var einsamallur í Bábylon og so framvegis.Gud valdi ikki sínar profetar ímillum høvuðsprestar ella stórmenn, men yvirhøvur valdi hann teir ímillum tey veiku og vanvirdu, enntá hirðan Ámos. Altíð hava tey heilagu sett lív sítt í vága, táið tey átalaðu teir stóru – bæði kongar, fúrstar og vísmenn. Eg sigi ikki, at eg eri ein profetur, men eg sigi, at teir skuldu óttast, júst tí at eg standi einsamallur, og teir eru nógvir. Eg veit, at eg havi Guds orð á mínari síðu, og tað hava teir ikki.”24

Tó var tað ikki uttan sálarstríð, at Luther tók sína støðu til endaliga at loysa frá kirkjuni. Tað var um hesa tíðina, at hann skrivaði: “Hvønn dag kenni eg meira og meira, hvussu trupult tað er at leggja teir tankar til viks, sum vit hava sogið í okkum síðani barnaárini. Hvussu nógva pínu hevur tað ikki kostað mær, sjálvt um eg havi havt Skriftina á mínari síðu, at rættvísgera fyri mær sjálvum, at eg skuldi vága mær til at seta meg upp ímóti pávanum og at umtala hann sum Antikrist! Hvørjar trongdir hevur hjartað mítt ikki gjøgnumgingið av tí!

Hvussu nógvar ferðir havi eg ikki við beiskleika sett mær sjálvum hendan spurning, sum so oftani kom frá papistunum. »Ert tú tann einasti, ið veit alt? Ber tað til, at øll onnur fara skeiv? Hvat fer at henda, um tað er tú, sum hevur órætt, táið alt kemur til alt? Hvat nú, um tú soleiðis dregur nógv fólk við tær upp í eina trúarvillu, og at hesi tí verða æviga dømd?« Soleiðis bardist eg við meg sjálvan og við Satan, inntil Kristus við sínum egna lýtaleysa orðið styrkti mítt hjarta ímóti øllum slíkum iva.”25

Hóttan pávans at bannlýsa Luther, um hann ikki tók alt aftur, var nú sett í verk. Eitt skriv kom frá pávanum um, at trúbótarmaðurinvar koyrdur úr romakirkjuni. Tað fordømdi hann sum bannaðan úr Himli, og at tað eisini var galdandi fyri øll tey, sum tóku undir við læru hansara. Stóra styrkiroyndin var byrjað.

Sannleikin er illa lýddur
Mótstøðan er luturin hjá øllum, sum Gud kallar at boða ein serliga aktuellan sannleika á teirra tíð. Ein nútíðar sannleiki var á Luthers døgum, ? ein sannleiki, sum tá var av heilt serligum týdningi; og soleiðis eru eisini serliga týdningarmiklir sannleikar fyri kirkjuna í dag. Hann, sum øllum ræður og ger alt eftir sínum ráði, hevur verið eintur við at kalla menn undir ymsum viðurskiftum til serligar skyldur, sum vóru aktuellar á lívstíð teirra, til at útinna undir teirra umstøðum. Um teir vildu virðismett alt ljósið, sum teimum varð givið, vildu teir fingið enn meira. Men sannleikin er líka lítið virdur av fjøldini í dag, sum hann var av teimum katolikkunum, sum stríddust ímóti Lutheri. Lyndið manna er óbroytt frá gomlum døgum til at góðtaka siðir og ástøðir manna, heldur enn at góðtaka orð Guds. Tann, sum í dag boðar sannleikan, skal ikki vænta sær betri móttøkur enn trúarhetjurnar í farnum døgum. Bardagin mikli millum sannleika og villu, ímillum Kristus og Satan,vilbara harðna í styrki, jú nærri vit koma heimsins enda.

Jesus segði við lærusveinarnar: “Vóru tit av heiminum, hevði heimurin elskað sítt egna; men við tað at tit ikki eru av heiminum ? nei, eg havi útvalt tykkum úr heiminum ?tí hatar heimurin tykkum. Minnist orðið, eg segði tykkum: »Tænarin er ikki størri enn harri hansara.« Hava tey søkt at mær, fara tey at søkja at tykkum við; hava tey hildið orð mítt, fara tey at halda tykkara við.”Og Harrin boðaði týðuliga: “Vei tykkum, táið øll menniskju tosa væl um tykkum! Á sama hátt gjørdu fedrar teirra við lygiprofetarnar.”26 Heimsins andi hevur ikki meira samljóð við Kristi anda í dag enn fyrr. Tey, sum tala Guds óspilta orð í dag, fara ikki at vera móttikin við størri gleði enn fyrr. Mótstøðan ímóti sannleikanum vil trína fram á ymsan hátt. Illviljin kann koma minni opin ella beinleiðis lúnskur og listilærdur huldur. Men tann sami mótsetningurin og mótstøðan er og verður hin sama heilt til tíðarinnar enda.