Bardagin Mikli kapitel 8. Fra side 145tilbage

Ríkisdagurin í Worms

Ein nýggjur keisari, Karl V. sat nú á trónu Týsklands, og sendiharrar Roma skundaðu sær at ynskja honum til lukku og at eggja honum til at nýta vald sítt ímóti trúbótini. Hinvegin heitti kurfúrstin av Saksen, sum keisarin í stóran mun kundi takka fyri sína krúnu, á hann um at lata Luther fáa frið, til hann hevði talað sína søk. Keisarin kom soleiðis í eina torføra tvístøðu. Katolikkarnir kravdu onki minni enn eina keisaraliga kunngerð, sum dømdi Luther til deyða. Men kurfúrstin stóð fast við, at “hvørki hansara keisaraliga hátign ella nakar annar kundi ávísa, at skriftir Luthers kundu mótprógvast. Tí bað hann um, at Luther doktari fekk bræv frítt at fara, og varð kallaður inn fyri eitt ráð av lærdum, gudsóttandi og uttanveltaðum dómarum.”1

Øll eygu vóru nú vend ímóti Ríkisdegnum, sum stutt eftir, at nýggi keisarin var tikin í eið í 1521, skuldi savnast í Worms. Hetta tingfyri støku týsku ríkini tók sær bara av álvarsomum politiskum spurningum og áhugamálum. Fyri fyrstu ferð skuldu fúrstar Týsklands hitta sín unga valdsharra á tingi. Úr øllum landinum komu høgir harrar innan bæði kirkju og ríkir. Verðsligir hábornir harrar við miklum valdi og eljusjúkir at ansa sínar arvarættir; sigursælir og erpnir kirkjuhøvdingarav sínari tign og valdi; bæriligir riddarar við alvápnaðum undirmonnum og eisiini sendiharrar úr fjarum fremmandum londum – øll savnaðust í Worms. Men tað, sum hevði størsta áhugan hjá teimum øllum, tað var tingmálið um saksiska trúbótarmannin.

Keisarin bað kurfúrstan um at taka Luther við sær til Ríkisdagin, og at hann tryggjaði honum sína verju. Luther fekk lovað frælst orðaskifti við dugnalig fólk um tey umstríddu málini. Hóast heilsan bilaði, skrivaði Luther til kurfúrstan. “Eri eg ov veikur at ganga, fari eg at lata meg bera til Worms, hvussu ússaligur eg enn eri. Táið keisarin sendir boð eftir mær, kann eg ikki ivast í, at tað er vilji Guds.Vilja teir nýta harðskap ímóti mær, ið væl kann hugast (teir koma jú ikki fyri at læra av mær), so lati eg alt í Harrans hendur. Enn livir hann, ið vardi teir tríggjar vinmenn Dánjals í Nebukadnezars gløðandi ovni. Vil hann ikki bjarga mær, so hevur mítt lív ongan týdning. Latið okkum royna at forða fyri, at gleðiboðskapurin verður háðaður av teimum óndu og heldur ofra okkara blóð, enn at hesir skulu sigra. Eg avgeri ikki, um tað er lív mítt ella deyði mín, ið skal geva mest til menniskjunnar frelsu. Tað einasta, sum tit ikki kunnu vænta av mær, er at eg flýggi ella taki nakað aftur. Flýggja kann eg ikki, og enn minni taka nakað aftur.”2

Røddin úr Rom
Tíðindið um at Luther skuldi fyri Ríkisdagin, vakti spenning og øsing í Worms. Sendiharri pávans, Aleander, sum hevði fingið málið latið upp í hendur, gjørdist stúrin og spinnandi óður. Hann sá at hetta ikki fekk ein góðan enda fyri søk pávans.

At taka mál uppaftur, nú pávin longu hevði avsagt dóm, kundi bara undirgrava hansara myndugleika. Eisini stúrdi hann fyri, at Luther við sínum góðu talugávum og próvgrundum fór at fáa nógvar av fúrstunum at vraka søk pávans. Sendiharrin mótmælti tí so staðiliga til KarlV., at Luther kom til Worms. Pávabrævið, sum lýsti Luther í bann, var júst kunngjørt. Tað, saman við atfinning sendiharrans, fekk keisaran til at slaka. Hann skrivaði nú til kurfúrstan, at Luther skuldi verða verandi í Wittenberg, um hann ikki tók orð síni í seg aftur.

Aleander var ikki nøgdur við hendan sigurin, men arbeiddi av øllum alvi við snildumfyri, at fáa Luther dømdan til deyða. Ágrýtin ákærdi hann Luther fyri fúrstum og kirkjumonnum fyri, at hann skuldi ætla “at birta undir uppreistur og gudsspottan.” Men júst ágrýtni hansara avdúkaði muruna. “Hann er fullur av hatri og hevndarhuga heldur enn av hugsjónum og gudsótta, søgdu fólk um Aleander.”3Fleiri tinglimir enn fyrr á Ríkisdegnum vórðu nú jaligir fyri at síggja mál Luthers við vælvild.

Íðin minti Aleander keisaran á skyldu hansaraum at útinna pávaligu boðini. Men eftir týskari lóg lat tað seg ikki gera uttan við samtykki fúrstanna, og at enda bað keisarin sendiharran leggja søk sína fyri Ríkisdagin. Hetta var ein stórur dagur hjá pávaliga sendiharranum. Mannfjøldin var stór, og málið uppaftur størri. Aleander skuldi tala vegna Rom, móðir og drotning kirkjunnar. Hann skuldi verja fúrstatign Pæturs fyri hesari fjøld av fúrstum. “Hann hevði góðar taligávir og vaks við uppgávuni. Forsjónin vildi tað soleiðis, at sakin hjá Rom varð vard av tí dugnaligasta talaranum í Rom, og at málið var borið fram fyri tann hægsta av øllum dómstólum, áðrenn dómur varð feldur.”4Viðhaldsfólk Luthers stúrdu nú fyri talu Aleanders. Kurfúrstin av Saksen var ikki sjálvur hjástaddur, men hann hevði sent nakrar ráðharrar á fundin, at lurta og skriva niður tað, sum teir hoyrdu av taluni.

Við øllum sínum lærdómi og talugávum fór Aleander nú undir at kollrenna sannleikan. Hann slongdi út eina ákæru fyri og aðra eftir ímóti Lutheri, sum hann kallaði fyri fígginda av kirkju og ríki, av livandi og deyðum, av høgum og lágum, av hvørjum ráði og tí einstaka kristna. Hann bar fram “at í læru Luthers er nóg mikið av villum til at fáa fleiri hundrað túsund trúarvillingar brendar á báli!”

At enda í røðuni royndi Aleander at sáa vanvirðing fyri teimum, ið tóku undir við trúbótini: “Hvat slag av fólki eru lutheranarar? Ein skari av frekum skúlalærarum, siðspillandi prestum, lastafullum munkum, óvitandi løgfrøðingum og eyðmýktum aðalsmonnum, afturat teimum eru tey vanligu fólkini, sum teir hava villleitt og lokkað. Hvussu høgt yvir teimum stendur ikki tað katólska fólkið í tali, dugnaskapi og megi! Ein samd niðurstøða frá hesum háborna tinginum fer at læra tey fávitskutu, ávara tey skammleysu og atstyrkja tey ivandi og veiku.”5

Ljós og myrkur í samanbresti
Slík niðurgerandi vápn hava altíð verið nýtt til álop á boðberar sannleikans og verða enn brúkt ímóti teimum, sum tora at seta spurning við tíðarinnar ranglærur og at bera orð Guds fram. “Hvørjir eru hesir, sum prædika nýggja læru? Hetta spyrja tey, ið taka undir við tí fólksligu trúarlæruni. Tey eru ólærd, fá og av lágari stætt. Kortini halda tey uppá, at tey kenna sannleikan og eru Guds útvaldu. Er kirkja okkara ikki nógv størri og sterkari? Hvussu nógvir stórir lærdir menn eru ikki okkara millum? Hvussu nógv størri er ikki okkara megi?” Hesar grundgevingar viga ofta tungt og fáa stór árin í heiminum, men tær viga ikki meira nú enn á døgum Luthers.

Trúbótin endaði ikki við Luther, sum nógv halda. Hon heldur fram til veraldar enda. Luther gjørdi megnar arbeiði, táið hann gav øðrum ljósið, sum Gud lat skína á hann, men hann fekk tó ikki alt ljósið, sum heimurin skuldi fáa. Fram til okkara tíð er eisini nýtt ljós fallið á Skriftina og nýggir sannleikar opinberaðir.

Røða sendiharrans hevði stóra ávirkan á Ríkisdagin. Luther var ikki tilstaðar, sum við stóru og greiðu sannleikunum í orði Guds kundi havt afturvíst stríðsmanni pávans. Eingin roynd varð gjørd at verja trúbótarmannin. Breið semja tyktist vera um, at fordøma bæði hann og læruna. Ynskiligt var at skrykkja trúarvilluna upp við rót. Rom hevði valt eina góða løtu at verja seg. Alt, sum sagt var, talaði fyri at rættvísgera Rom. Men tað, sum her sá út til at verðaein stórsigur, skuldi vendast til ósigur. Eftir hendan dag sást munurin ímillum sannleika og villleiðing alt greiðari, nú opið stríð var komið ímillum partarnar. Rom fór ongantíð aftur at standa á so tryggari grund sum fyrr.

Hóast flestu ríkisdagslimir ikki aftraðu seg at lata Rom hevna seg á Luther, so vóru eisini nógvir ónøgdir viðvaksandi spilluí kirkjuni. Teir ynsktu at steðga misnýtsluna av fólkinum, sum var illa fyri av siðaspillu og grammleika teirra kirkuligu. Sendiharrin hevði roynt at seta pávans stýring í gott ljós. Men nú ávirkaði Harrin ein ríkisdagslim at stíga fram, og hann gav eina sannførandi lýsing av pávans harðræði. Við tign og fastleika reisti hertogin Georg av Saksen seg og greiddi neyvt frá ræðuligu avleiðingunum av tí andstyggiligu framferðini hjá kirkjuni.

At enda segði hann. “Stóra misnýtsla myndugleikans rópar til himmals ímóti Rom. Teir hava bitið høvdið av allari skomm, og einasta endamálið er pengar, pengar og aftur pengar! Teir prestar, sum skuldu boða sannleikan, koma einans við lygnum, og leiðslan finnur seg ikki bara í tí, men teir verða betri løntir, jú størri lygnirnar eru, tí størri verður vinningurin. Tað er úr hesari stinkandi kelduni, at tílíkt eitrað vatn flýtur. Ólevnaður og kraddaralyndi rætta hvørjum øðrum hondina. O hvør skomm tað er, at prestar koyra so manga neyðars sál í æviga glatan. Ein víðfevnd trúbót er alneyðug!”6

Luther hevði neyvan sjálvur gjørt eina greiðari og meira rámandi lýsing og fordøming av misnýtslu kirkjunnar. Og tann veruleikin, at hesin talarin var ein avgjørdur fíggindi av trúbótini, gav orðum hansara bara enn størri tyngd.

Um eygu fundarfólksins vóru opin, høvdu tey sæð einglar Guds breiða ljós ígjøgnum villingarmyrkrið og latið hjørtu og sinn upp fyri sannleikanum. Tað var tann sanni og vísi Gud, sum vegleiddi sjálvt mótstøðumenn av trúbótini á rætta kós. Martin Luther var ikki sjálvur hjástaddur, men ein sterkari rødd enn hansara var hendan tíman hoyrd í tingsalinum.

Ríkisdagurin setti alt fyri eitt eina nevnd, sum skuldi skriva niður allar teir pávaligu kúgingarhættirnar, sum so harðliga tyngdu týsku tjóðina. Ein listi við hundrað og einari grein varð latin keisaranum við áheitan um straks at taka stig til at steðga hesum embætismisbrotunum. “O, hvør missur av kristnum sálum,” skrivaðu stigtakarnir. “Rán og mergsúgving er tað, sum hesin andaligi høvdingi kristindómsins er umgirdur av! Tað er okkara skylda at forða hesari vanvirðinginiog oyðingini av fólkinum. Tí heita vit inniliga í eyðmýkt á tygum um at seta í verk eina almenna trúbót.”7

Luther fær ríkisdagsboð
Tingið ynskti nú at fáa trúbótarmannin á fund. Aleander hótti og mótmælti, men keisarin játtaði tingsins ynski. Luther varð so innkallaður og fekk samstundis bræv frítt at fara, sum skuldi tryggja honum ferðina heim aftur. Hesi brøv vóru borin við til Wittenberg av hirðmanni keisarans, sum síðani fylgdi Lutheri aftur til Worms.

Vinir Luthers vórðu óttafullir. Teir kendu fordómarnar og fíggindaskapin og stúrdu fyri, at enntá fríbrævið frá keisaranum ikki fór at verða virt. Teir bønaðu og bóðu hann um ikki at fara og seta lívið í váða. Men hann svaraði: “Katolikkarnir ynskja ikki, at eg komi til Worms, men bara at eg skal dømast og doyggja. Tað hevur ongan týdning. Biðið ikki fyri mær, men fyri orði Guds. Kristus fer við Anda sínum at hjálpa mær, so eg vinni á hesum vilstu tænarunum. Allar dagar havi eg vanvirt teir. Við deyða mínum sigri eg á teimum.

Í Worms fara teir at stríðast fyri, at noyða meg at taka orð míni aftur, og hetta verður afturtøka mín: Eg havi áður sagt, at pávin var varamaður Kristusar. Nú standi eg fastur við, at hann er mótstøðumaður Harra okkara og Djevulsins ápostul.”8

Luther var ikki einsamallur á ferðini. Aftrat sendimanni keisarans avgjørdu tríggir vinir hansara at fylgjast við honum. Melanchton ynskti so hjartaliga eisini at koma við. Hann var so inniliga knýttur at Lutheri og brendi eftir at vera saman við honum, um tað so skuldi vera í fongsli ella í deyðan. Men hann slapp ikki við. Hetta var tí, at um Luther skuldi doyggja, savnaði vónin um trúbótina seg um hendan unga starvsfelagin.

Táið teir skildust, segði Luther: “Um eg ikki komi aftur, og mínir fíggindar drepa meg, so halt tú fram við at læra og halt fast við sannleikan. Arbeið í mínum stað. Ert tú á lívi, tá hevur deyði mín ikki so stóran týdning.“9Ein kenslusamur skari av lesandi og onnur fólk úr býnum komu at siga Lutheri farvæl. Tey vóru øll hugtikin av gleðiboðskapinum og grótu, táið hann fór avstað. Soleiðis fór Luther við fylgi úr Wittenberg.

Á ferðini løgdu teir til merkis, hvussu stúrin fólk vóru. Nakrir býir sýndu teimum ongan heiður. Einastaðni, steðgað varð fyri náttina, vísti ein vinarliga sinnaður og óttafullur prestur teimum mynd av einum italskum avrættaðum trúbótarmanni, sum varð blóðvitni. Dagin eftir frættu teir, at skriftir Luthers vóru lýstar í bann í Worms. Og at keisarin hevði sent sínar menn at krevja øll bannlýstu ritini inn til myndugleikarnar frá fólki. Sendiboð keisarans, sum fylgdist við Lutheri, stúrdi fyri trygdini hjá honum og spurdi, um teir skuldu halda fram við ferðini. Til tað svaraði Luther: “Um eg so verði bannlýstur í hvørjum einasta býi, so haldi eg fram.”10

Í Erfurt tóku tey ímóti Lutheri við heiðursteknum. Kringsettur av skarum, sum hámettu hann, gekk hann ígjøgnum tær somu gøturnar, har hann fyrr so ofta hevði gingið og bidda. Hann fór inn á gólvið í klosturklivanum og hugsaði um tað stríði, sum hann har hevði havt og á fyrsta sinni sá ljósið, sum nú breiddi seg út um Týskland. Fólk vildu hoyra hann tala. Hóast forboð var givið, loyvdi sendiboð keisarans honum at tala, og hesin munkur, sum einaferð var trælur í klostrinum, fór nú á prædikustólin.

Fyri stórum skara talaði hann út frá orðum Jesusar. “Friður veri við tykkum! Heimspekingar, doktarar og rithøvundar hava roynt at læra menniskju, hvussu tey skulu fáa ævigt lív, og tað hevur ikki eydnast teimum. Eg sigi tykkum nú, at Gud hevur reist eitt menniskja upp frá deyðum, Harra okkara Jesus Kristus, so at hann skal vinna á deyðanum, oyða syndina og lata aftur portrini til Helviti.”

Hetta er verk frelsunnar. Kristus hevur sigrað! Hesi eru gleðiboðini, og vit eru frelst við honum og ikki av okkara egnu gerðum. Harri okkara, Jesus Kristus, segði: “Friður veri við tykkum! síggið hendur mínar. Tað eri eg og bara eg, sum taki burtur syndir tínar og loysi teg, so at tú fært frið, sigur Harrin.”

Hann helt fram at tala fyri at vísa teimum, at sonn trúgv má síggjast aftur í heilagari lívsførslu.“Táið Gud hevur bjargað okkum, latið okkum tá liva soleiðis, sum hann ynskir. Ert tú múgvandi, so lat títt ríkidømi hjálpa teimum fátæku. Ert tú fátækur, so lat tænastur tínar gagna teimum ríku. Um arbeiði títt einans gagnar tær sjálvum, er tænastan, ið tú roynir at vísa Gudi, ein lygn.”11

Fólk lurtaðu rúnarbundin. Lívsins breyð varð býtt út til hesar hungrandi sálir. Kristus varð hevjaður upp yvir pávar, prestar, keisarar og kongar. Luther hugsaði ikki um sína egnu vandastøðu. Allur hugurin var vendur at Kristusi sum okkarafrelsara.

Trúbótarmaðurin helt ferðina fram. Táið fólk savnaðust um hann, ávaraðu tey hann: “Teir vilja brenna teg á báli sum teir brendu Jóhan Huss, og einans øskan verður eftir.” Luther svaraði: “Um teir so kyndu bál allan vegin úr Worms til Wittenberg, hevði eg kortini gingið ígjøgnum eldin í Harrans navni. Eg hevði farið inn í gapið á hesum ódjóri og knúst tenninar á tí, ímeðan eg játtaði meg til Harran Jesus Kristus.”12

Tíðindir um, at Luther nærkaðist Worms, vaktu miklan rumbul. Vinirnir stúrdu fyri trygdini og fíggindarnir óttaðust fyri, at søk teirra fór at miseydnast. Nógv ráddu honum frá at fara inn í býin. Vegna katolikkarnar varð hann biðin um at fara inn í borgina hjá einum vini. Har ætlaðu teir at finna sátt og semju á friðarligan hátt. Við at vísa á allar lúrandi vandarnar, royndu teir at ræða Luther frá at fara inn í býin, men Luther var ikki til at vika og segði: “Um tað eru líka nógvir djevlar í Worms, sum tað eru taksteinar á húsunum, ætli eg mær kortini inn í býin.”13

Í Worms var stórur skari savnaður at fagna honum. Keisarin hevði ikki fingið stórfingnari móttøku. Tað var stórur spenningur og úr mannamúgvuni hoyrdist ein klár og gremjandi rødd syngja gravarsálm fyri at ávara Luther um ta lagnu, sum bíðaði honum. “Gud er mítt skjól,” segði hann, táið hann trein av vogninum.

Katolikkarnir høvdu ikki væntað, at hann tordi til Worms, og komangjørdi teir óttafullar. Keisarin kallaði straks sínar ráðgevarar saman at tosa um, hvat gerast skuldi. Ein stívrendur katólskur prestur segði: “Vit hava nóg leingi tosað um hetta málið! Tygara keisarliga hátign átti at sloppið sær av við hendan mann í stundini. Lat Sigismund keisari ikki Jóhan Huss brenna á báli?

Vit hava onga grund til hvørki at geva ella at virða fríbræv til ein trúarvilling.”. . . “Nei!” Svaraði keisarin, “okkara lyfti mugu vit halda.” Avgjørt varð tí at lurta eftir, hvat Luther hevði at bera fram.14

Øll í býnum vildu síggja hendan løgna mannin, og eftir stutta løtu var íbúðin full av fólki.Luther var ikki heilt komin fyri seg eftir sjúku, sum hann hevði stríðst við. Hann var móður av drúgvu ferðini, sum vardi í tvær vikur, og eisini mátti hann fyrireika seg til týðandi fundin dagin eftir. Men fólk vildu hitta hann, og hann hevði nóg illa fingið nakra hvíld, áðrenn aðalsmenn, prestar og vanligir borgarar flokkaðust um hann. Ímillum teirra vóru nógvir av aðalsmonnunum, sum so djarvt høvdu heitt á keisaran um at koma upp í leikin og steðga óskilinum í kirkjuni, og sum Luther segði allar vera ”settar í frælsi við gleðiboðum mínum.”15Bæði vinir og fíggindar komu at síggja hendan djarva munkin. Hann tók sinniliga og ósmæðin ímóti teimum og svaraði øllum spurningum klókt og virðiliga. Framferðin var avgjørd og djørv. Bleika og visna andlitið var merkt av stríði og sjúku, men hann var glaður og vinarligur. Hátíðarligu og álvarsomu orð hansara ávirkaðu eisini mótstøðufólkini. Bæði vinir og fíggindar undraðust. Nakrir vóru sannførdir um, at hann var fyltur við eini guddómligari megi, sum kom honum til hjálpar. Aðrir søgdu sum fariseararnir um Jesus: “Hann er plágaður av Djevlinum!”

Luther stígur fram fyri fúrstar og keisaran
Dagin eftir fekk Luther boðini um at møta. Eitt umboð hjá keisaranum fylgdi honum til Ríkisdagin, men tað var ikki lætt at koma vegin fram. Hvør gøta var stúgvandi full av fólki, sum vildu síggja hendan munkin, sum so djarvur átalaði pávaveldið.

Beint áðrenn hann steig inn fyri sínar dómarar, kom ein gamal herovasti, sum hevði verið hetja í mongum bardaga, og segði vinarliga við hann: “Neyðars munkur, tú skalt nú stríðast fyri eini betri søk, enn eg ella nakar annar nakrantíð hevur gjørt í blóðigum bardøgum. Men er mál títt rættvíst, og tú ert sannførdur um tað, so gakk fram í Guds navni og óttast einki. Gud svíkur teg ikki!”16

Endiliga stóð Luther fyri ráðnum. Keisarin sæt á trónuni, og rundan um hann sótu landsins miklastu menn. Ongantíð áður hevur nakar staðið framman fyri tignarligari samkomu enn hesari, har Luther skuldi verja sína trúgv.”Bara stóra mannamúgvan, sum var savnað, var í sær sjálvum tekin um sigur á pávaveldinum. Pávin hevði lýst hann í bann og skert alt samskifti við onnur. Hóast hetta kallaðu teir hann á siðiligan hátt inn fyri hetta virðiliga ting. Pávin hevði dømt hann til tøgn í allar ævir. Og nú skuldi hann tala sína søk fyri fleiri túsund áhoyrarum, sum vóru komin úr øllum tí kristna heiminum. Hann hevði framt eina veldiga kollvelting. Veldi Roms var longu linkað, og grundin til tað var røddin hjá einum vanligum munki.”17

Ímillum hesi hábærsligu og fínu fólkini tyktist trúbótarmaðurin, sum sjálvur vaks upp í fátækradømi, bangin og smæðin. Fleiri av fúrstunum, sum varnaðust, hvussu inniliga rørdur hann var, fóru til hansara, og ein teirra teskaði: ”Tú skalt ikki ræðast teir, ið kunnu drepa likamið, men ikki kunnu drepa sálina.“ Ein annar segði: “Táið tit verða leidd fram fyri landshøvdingar og kongar fyri mínar sakir, fer Andi Faðirs tykkara at geva tykkum tað, tit skulu tala.” Á henda hátt royndu nakrir av stóru monnum heimsins við orði Guds at styrkja hann í royndarstundini.

Luther varð leiddur inn fyri trónu keisarans. Djúp tøgn kom á samkomuna. Síðani reisti ein av embætismonnum keisarans seg og peikaði á eina rúgvu av bókum og ritgerðum Luthers. Hann bað trúbótarmannin svara tveimum spurningum. – Annar spurningurin var, um hann játtaði, at tað var hann, sum hevði skrivað hetta. Hin spurningurin var, um hann vildi taka aftur tey sjónarmiðini, sum stóðu í hesum skriftum. Táið nøvnini á bókunum vórðu lisin upp, játtaði Luther, at tað var hann, sum hevði skrivað tær. Um næsta spurning segði hann: “Táið tað snýr seg um trúnna, sálanna frelsu og um orð Guds, sum er tann størsti dýrgripur í himli og á jørð, hevði tað verið óráð av mær at svarað, um eg ikki fyrst kannaði hetta gjølla og hugsaði meg væl um. Eg kundi komið til at játta minni enn umstøðurnar krevja, ella meira enn trúgvin krevur, og soleiðis synda ímóti hesum orðum Kristusar: Men tann, sum avnoktar meg fyri menniskjum, skal eisini Eg avnokta fyri Faðiri mínum, sum er í Himli.” . . .”Við hesari grundgevingini biði eg í størsta eyðmjúkleika tygara keisarligu hátign um at geva mær tíð, so at eg kann svara spurningunum uttan at synda ímóti orði Guds.”18

Tað var klókt av Lutheri at koma við hesari umbøn. Tað sannførdi samkomuna um, at hann ikki gjørdi nakað í tankaloysi ella í vreiði. Slíka tign og gott tamarhald á sær sjálvum, høvdu teir ikki væntað av einum, sum var so djarvur og treiskur.Av hesum fingu orð hansara størri tyngd, so hann seinni fekk svarað spurningum við varsemi, vissu, vísdómi og tign. Fíggindarnir undraðust og skammaðust, ímeðan hann átalaði teirra hugmóð og stoltleika.

Ein nátt í bøn
Dagin eftir skuldi hann geva endaligt svar. Eina løtu var hann tungur í huga, hugsandi um hesa sterku megi, sum stríddist ímóti sannleikanum. Trúgvin ridlaði. Hann fyltist við ótta, táið hann hugsaði um vandarnar, sum hópaðu seg upp. Hann sá fyri sær fíggindarnar sigra og myrkursins makt taka valdið.Myrk skýggj komu yvir hann og tóktust at skilja hann frá Gudi. Honum longdist eftir vissuni um, at Harri herskaranna var við honum. Í sálarneyðini tveitti hann seg fram á grúgvu og oysti úr hjartanum ósamanhangandi suff og róp til Guds. Bara Gud skilti tað.

Hann bað:“O, tú almáttugi Gud. Hvussu ræðuligur er ikki hesin heimur! Sí, hann opnar munnin og vil gloypa meg, og mítt álit á teg er so veikt. Um eg bara seti álit mítt á styrki úr hesum heimi, so er eingin vón. Mín síðsta stund er komin og dómurin yvir meg longu feldur. O Harri, ver hjá mær, hjálp mær ímóti heimsins vísdómi. Ger tað – eina tú – tí hetta er ikki mítt verk, men títt. Eg havi onki her at gera, onki her at stríðast fyri við hesar heimsins stóru. Hetta er tín søk – og tað er ein rættvís og ævig søk. O, hjálp mær Gud! Trúfasti og óbroytiligi Gud, eg seti onki álit á nakað menniskja. Alt mannaverk er ótrygt. . . . Tú hevur valt meg til hetta verk. Ver hjá mær fyri tín elskuliga Son skuld, Jesus Kristus, sum er mín verja, mín skjøldur og mín sterka borg.”19

Við Guds hjálp dugdi Luther at síggja og viðganga, at hann skuldi ikki líta á egna megi og stórlátin tveita seg út í vandar. Tað var kortini ikki líðingin og deyðin, sumvóru í vænti, ið hann óttaðist mest. Hann var í kreppu. Hann kendi á sær, at hann ikki megnaði at standa royndina.Hann óttaðist at sak sannleikans fekk skaða av sínari ómegd. Tað var ikki fyri egnan tryggleika hann bað Gud um hjálp, men fyri at gleðiboðskapurin skuldi sigra. Sálarkvølin og stríðið kundi samanberast við náttina, táið Jákup stríddist við áarløkin. Og eins og Jákup, sigraði hann. Í mikla hjálparloysinum styrknaði trúgvin á tann máttmikla Frelsaran. Hann fekk megi í vissuni um, at hann ikki stóð einsamallur fyri ráðnum. Sál hansara fann aftur Guds frið, og hann frøddist aftur um, at hann slapp at bera orð Guds fram fyri fólksins leiðandi menn.

Við sinninum vendum til Gud fekk Luther tilbúgvingina tilsamanbrestin. Hann fyrireikaði svar til spurningar, kannaði egnar ritgerðir og fann skriftstøð, sum styðjaðu sjónarmiðini.Hann legði vinstru hond á opnu Bíbliunaog lyfti høgru hondina ímóti himli, ímeðan hann svór “at vera trúgvur ímóti gleðiboðskapinum og frælsurjátta at sína trúgv, um hann so við vitnisburðinum skuldi gjalda við sínum blóði.”

Her standi eg . . .
Táið hann aftur varð fylgdur inn fyri Ríkisdagin, sást hvørki ótti ella órógv. Róligur, friðsælur, tignarligur og djarvur trein hann fram sum Guds vitni fyri hægstu harrar í hesum heimi. Embætismaður keisarans kravdi nú at fáa svarað, um hann vildi taka læru sína aftur. Luther svaraði spakmæltur og lítillátin. Hann var ikki brasin, men siðiligur og lýsti av gleði, sum fekk fólkiðtil at undrast.

Hann svaraði: “Háttvirdi keisari, høgu fúrstar, náðigu harrar!. . . Eg standi í dag framman fyri tykkum, sum tit góvu mær boð um í gjár. Fyri Guds náðis skuld biði eg inniliga tygara hátign og tykkum stórmenn náðiliga umat lurta eftir hesari verjurøðu fyri einari søk, sum eg eri sannførdur um er rættvís og sonn. Um eg í fákunnu míni sigi ella geri okkurt skeivt ímóti siðvenjunum í Ríkisdegnum, biði eg um tykkara fyrigeving, tí eg eri ikki upplærdur í kongsborgum, men í einsemi klostursins.”20

Síðani fór hann til sjálvan spurningin og segði, at verkini ikki øll vóru av sama slagi. Í nøkrum av teimum hevði hann umrøtt trúgv og góðar gerðir, og at sjálvt fíggindar hansara høvdu góðtikið hetta sum ikki bara óskaðiligan, men eisini gagnligan lesnað. At taka hesi verk í seg aftur, hevði verið at vraka sannleikar, sum øll vóru samd um.

Í øðrum lagi hevði hann útgivið skriftir, sum avdúkaðu siðaspillu og misnýtslur pávaveldisins. At taka hesi verk aftur, hevði verið at styrkt einaveldi Roms og at latihurðarnarupp fyri enn meira gudloysi.

Í triðja lagi hevði hann skrivað bøkur, har hann átalaði fólk, sum vardu hesi skeivu og óndu viðurskiftini. Her viðgekk Luther, at hann í støðum hevði málborið seg ógvusligari enn hóskandi hevði verið. Men heldur ikki hesar bøkurnar var hann sinnaður til at taka í seg aftur. Gjørdi hann tað, fór hetta at geva fíggindum sannleikans meira dirvi til at kúga Guds fólk við enn størri ræðuleikum.

“Men eg eri bara eitt menniskja og ikki Gud,” oghelt fram: “Eg má tí verja meg sum Kristus gjørdi, tá hann segði: Havi eg sagt nakað skeivt, prógvið so, at tað er skeivt.” . . . Fyri Guds skuld bøni eg tygum, háttvirda keisara og tykkum høgu fúrstar og øll tykkum í høgum størvum, um úr skriftum profetanna og ápostlanna atprógva, at eg havi mistikið meg.Í somu løtu, at tit hava sannført meg um tað, vil eg taka í meg aftur míni mistøk og vera tann fyrsti til at taka mínar bøkur og tveita tær á bálið.

Eg vóni, at tað, sum eg júst havi sagt, greitt vísir, at eg gjølla havi hugsað um teir vandarnar, sum eg seti meg í. Eg eri ikki ræddur og gleðist um, at orð Guds nú sum áður elvir til órógv og ósemju. Soleiðis eru Guds orðs eyðkennir og lagna. Jesus segði: “Eg eri ikki komin at bera frið til jarðar, men svørð.” (Matt 10:34) Ráð Guds eru undurfull og ræðulig. Varðið tykkum tí fyri at kúga øðrvísi áskoðanir, soleiðis at tit koma at søkja at og jagstra Guds heilaga orð og á hendan hátt ákalla eina syndaflóð av vandum og vanlukkum her á foldini og til æviga týning eftir deyðan. Eg kundi tikið nógv dømir úr orði Guds, eitt nú um Farao og um kongar Bábylons og Ísraels, hvørs strembanir eftir øktum veldi ofta førdu til egna oyðing, táið teir stýrdu eftir sjálvklókum ráðum. “Gud flytur fjøllini, og tey vita tað ikki.”21

Luther hevði talað á týskum. Nú varð hann biðin um at endurtaka taluna á latíni. Hóast hann var nógv møddur av fyrru røðuni, gjørdi hann, sum hann varð biðin og endurtók alla taluna við somu orku og klárleika sum fyrru ferðina. Forsjón Guds stóð heilt vist í hesum. Nógvir av fúrstunum vóru so blindir av villleiðing og pátrúgv, at teir ikki fyrru ferðina skiltu styrkina í próvførslum Luthers, men endurtøkan ávirkaði teir so mikið nógv, at teir nú greitt skiltu kjarnuna í tí framborna.

Teir, sum treiskir lótu eyguni aftur fyri ljósinum og avgjørdu ikki at lata seg sannføra, blivu í øðini um stóra myndugleikan í orðum Luthers. Tá hann hevði endað røður sínar, segði framsøgumaðurin illur: “Tú hevur ikki svarað spurninginum. . . . Tað verður kravt av tær, at tú klárt og greitt svarar . . . Vilt tú taka aftur ella vilt tú ikki?”

Hann svaraði: “Táið tygara hátign og tit æraðu fúrstar krevja av mær eitt klárt og greitt svar, ja, so skulu tit eisini fáa tað. Trúgv mín kann ikki ávirkast av avgerðum pávans ella kirkjufedranna, tí tað er sólarklárt, at teir ofta eru farnir av leið og hava mótsagt hvørjum øðrum. Verði eg ikki sannførdur av vitnisburðum úr Bíbliuni ella við aðrari greiðari próvførslu við ávísing til tey skriftstøð, sum eg havi lagt fram – og hesi skriftstøð ikki broyta samvitsku mína, sum er bundin at orði Guds – so hvørki vil ella kann eg taka nakað aftur. Tað er ikki ráðiligt fyri ein kristnan at tala ímóti sínari samvitsku. Her standi eg! Eg kann ikki annað! Gud hjálpi mær! Amen!”22

Soleiðis stóð hesin reiðiligi maður á orðsins tryggu grund. Himmalsins ljós skein av andlitinum. Øll sóu stórlætið og rættvísið í sinni hansara, friðin og gleðina í hjarta hansara, ímeðan hann vitnaði ímóti tí vilsta valdinum og vísti, hvussu sterk trúgv kann vinna á heiminum og so at siga “flyta fjøll”.

Eina løtu var øll mannamúgvan málleys av undran. Í taluni dagin fyri hevði rødd Luthers verið veik og framferð hansara virðilig og eyðmjúk. Katolikkarnir hildu, at dirvi hjá honum var viknað. Teir hildu umbøn hansara um útseting vera eitt tekin um, at hann fór at draga í land. Við vanvirðing hevði keisarin givið sær far um ússaligu útsjónd Luthers og klodduta klædnabúnan. Hann hevðisagt: “Hesin munkurin fær ongantíð gjørt meg til trúarvilling!”

Dirvið og fastleikin, sum Luther nú vísti saman við próvførsluni, vakti undran. Keisarin segði távið hávirðing: “Hesin munkurin talar av óræddum hjarta og við einum óvikandi dirvi!” Nógvir av týsku fúrstunum vóru eisini ernir og glaðir fyri at hoyra hendan virðiliga umboðsmannin fyri sítt fólk.

Viðhaldsfólkini hjá Rom vóru fyri ósigri. Mong eygu vórðu latin upp fyri órættvísu søk teirra. Teir royndu bara at varðveita sítt vald – ikki við at prædika orð Guds, men við teimum somu hóttanum, sum teir vóru vanir við. Sum framsøgumaður Ríkisdagsins segði: “Um tú ikki tekur hetta aftur, fara keisarin og fúrstarnir at samráðast um, hvat gerast skal við ein trúarvilling, sum ikki vil víkja frá sínum.”

Vinir Luthers, sum við stórari gleði høvdu hoyrt virðiligu verjurøðuni, skulvu nú av at hoyra hetta. Men doktarin segði róliga: “So má Gud vera mín hjálpari, tí eg kann onki taka aftur.”23

Hann fekk nú boð um at fara úr Ríkisdegnum, ímeðan fúrstarnir tingaðust. Hildið var, at málið var komið til eitt avgerðandi vegamót. At Luther noktaði at taka alt aftur, kundi fáa avgerandi týdning fyri søgu kirkjunnar í øldir. Avgjørt varð at geva Lutheri ein seinasta møguleika. Fyri seinastu ferð varð hann kallaður inn á fundin. Og enn einaferð varð spurt, um hann vildi taka sínar lærusetningar aftur. “Eg havi einki annað svar,” segði hann, “enn tað, sum eg longu havi givið.” Tað var eyðsýnt, at hann hvørki við lyftum ella hóttanum kundi yvirtalast til at boyggja seg fyri krøvunum.

Embætismenn pávans, sum vóru vanir við, at aðalsmenn og kongar skulvu av krøvum og hóttanum teirra, vóru á gosi um, at ein vanligur munkur tordi at seta seg upp ímóti teimum. Teir høvdu hug at pína hann til deyðis. Men Luther, sum skilti vandan, hann var í, hevði talað sína søk við kristiligari ró og virðing. Í orðunum var eingin hugmóð ella vreiði og eingi ósannindi. Hann hugsaði ikki um sína egnu trygd og heldur ikki um teir høgu harrarnar rundan um seg, men kendi á sær, at hann stóð framman fyri einum, sum er óendaliga nógv hægri hevjaður upp yvir pávar, prelátar, keisarar og kongar. Við vitnisburði Luthers hevði Kristus talað við einum mátti og stórleika, sum undraði bæði vinir og fíggindar, og tað fylti teir við virðing.

Andi Guds hevði verið tilstaðar og ávirkað hjørtuni hjá leiðarum ríkisins. Nógvir av fúrstunum viðgingu opið og djarvt, at søk Luthers var rættvís. Nógvir teirra fingu eyguni upp fyri sannleikanum, men hjá nøkrum vardi tað stutt. Aðrir, sum ikki straks søgdu seg at vera sannførdar, gjørdust taðseinni, táið teir sjálvir høvdu granskað skriftirnar. Fleiri blivuoddamenn fyri trúbótini.

Friedrich kurfúrsti, sum áður stúrdi fyri fundi Luthers á Ríkisdegnum, hevði rørdur lurtað eftir taluni. Glaður og errinhevði hann nú sæð dirvið, treystiðog tamarhaldið, sumLuther hevði í sær. Friedrich kendi seg sannførdan í síni avgerð, at stuðla og verja hann. Hann samanbar stríðandi partarnar og sá, at vísdómur pávans, konganna og prelátanna var gjørdur til einkis av mátti sannleikans. Pávaveldið hevði verið fyri einum stórum ósigri til gagns fyri øll fólkasløg í allar ævir.

Táið sendiharri pávans sá hvørjar avleiðingar tala Luthers hevði, óttaðist hann stórliga fyri valdstøðu Roms og gjørdi tí av at nýta øll síni vápn fyri at fella hann. Við sínum sjáldsomu taligávum og politisku snildum, greiddi hann tí unga keisaranum frá, hvussu fávitskut og vandamikið tað var at ofra vinarlagið við tann máttmikla pávan og romversku kirkjuna fyri hendan virðisleysa munkin.

Keisarin lorar fyri Rom
Orð hansara høvdu stóra ávirkan. Dagin eftir, at Luther hevði svarað, gjørdi keisarin Ríkisdegnum greitt, at hann hevði avgjørt at varðveita katólsku trúnna á sama hátt sum undangongumenn hansara. Av tí at Luther ikki vildi taka “villleiðandi” sjónarmið síni aftur, skuldi tað fáa tær strangastu avleiðingar fyri hann og skeivu læru hansara.

Keisarin segði: “Ein vanligur munkur hevði gjørt uppreistur ímóti kristnu trúnni, villleiddur av sínum egna býttleika. Eg vil ofra mítt kongaríki, mínar dýrgripir, mínar vinir, meg sjálvan, mítt blóð, mína sál og mítt lív fyri at steðga einum slíkum gudloysi. Nú vil eg senda hendan augustinaramunk burtur og banna honum at gera nakran ófrið í landinum. Eftir tað vil eg elta hann og viðhaldsfólk hansara sum ólýdnar trúarvillingar við bannlýsing, forboðum og øllum, sum kann brúkast til at oyða tey. Eg heiti á allar limir Ríkisdagsins um at vísa seg sum sonn og trúgv kristin.”24 Kortini skuldi fríbrævið virðast, segði keisarin. Hann skuldi hava loyvi til at koma trygt heim til sín sjálvs, áðrenn nakað kundi gerast við hann.

Nú komu tvær mótstríðandi meiningar frá limunum í Ríkisdegnum. Sendiboð pávans og umboð hansara kravdu, at onki atlit skuldi takast til brævið. Teir søgdu: “Ríná átti at fingið øsku hansara, soleiðis sum hon fekk øskuna av Jóhan Huss fyri hundrað árum síðani.”25Hóast týsku fúrstarnir sjálvir vóru katolikkar og av argastu fíggindum Luthers, mótmæltu teir slíkum almennum álitisbroti, tí tað hevði verið ein skemdarblettur fyri tjóðaræruna. Teir mintu hann á tær vanlukkurnar, sum raktu Týskland eftir deyða Huss, og teir tordu ikki at birta upp undir endurtøkur av slíkum ræðuleikum fyri landið og tann unga keisaran.

Karl svaraði vanæruliga uppskotinum: “Um so øll æra og øll trúgv var víst burtur úr øllum heiminum, áttu hesi tó at finna friðskjól í hjørtum fúrstanna.”Fíggindar Luthers strongdu hart á keisaran at geva honum somu viðferð, sum Sigismund gav Huss, og atgeva hann upptil kirkjunnar ’náði’. Men keisarin mintist, hvussu Huss á opnum tingfundi peikaði á sínar leinkjur og minti Sigismund á lyftið, og hann svaraði: “Eg havi ikki hug at rodna á sama hátt sum Sigismund.”26

Kortini hevði Karl við vilja vrakað sannleikarnar, sum Luther vísti á: “Eg havi tikið avgerð um at stíga í fótasporini hjá undangongumonnum mínum,”27skrivaði keisarin. Hann avgjørdi at halda fast við gamlan sið, hóast at hesin stríddi ímóti rættvísi og sannleika. Tí hóast forfedrar hansara høvdu vart pávaveldið við allari tess kúgan og óryggjuskapi, so vildi hann eisini gera tað. Hann noktaði tí at taka ímóti nøkrum ljósi, sum fedrar hansara ikki høvdu fingið, ella at taka á seg nakrar skyldur, sum teir ikki høvdu havt.

Eisini í dag eru tey nógv, sum tvíhalda gamlar vanar og siðir frá forfedrunum. Táið Harrin sendir meira ljós, nokta tey at taka ímóti tí, av tí at tað sama ljósið ikki stóð forfedrunum í boði. Vit eru ikki í somu støðu sum forfedrarnir, og tí erokkara skylda og ábyrgd ikki tann sama sum teirra. Vit vinna ikki Guds tokka við at leita eftir fordøminum hjá fedrunum heldur enn sjálv at granska orð Guds og finna sannleikan. Okkara ábyrgd er størri enn forfedranna. Vit hava ábyrgd fyri tí ljósi, sum teir tóku ímóti og løgdu eftir seg til okkara. Men vit hava afturat tí eisini ábyrgd fyri tí ljósinum, sum nú skínur á okkum úr orði Guds.

Kristus segði við vantrúnu jødarnar: “Var eg ikki komin og hevði talað til teirra, høvdu tey ikki synd, men nú eiga tey onga umbering fyri synd sína.” Sami máttur Guds hevði ígjøgnum Luther talað við keisaran og fúrstar Týsklands, ímeðan ljósið og andin úrorði Guds fyri síðstu ferð skein á teir og talaði til mong í hesari samkomuni. Tað var sum á sinni, táið Pilatus lat hjarta sítt aftur fyri ljósi heimsins (Jesusi) og ístaðin valdi tokka fólksins, ella eins og tann ivandi Felix, ein landshøvdingi, táið hann segði við Paulus, sendiboði sannleikans. “Nú er nóg mikið, far tín veg! Táið eg havi stundir, skal eg aftur senda boð eftir tær.” Og um somu tíð, eisini tann hugmóðigi Agrippa kongur játtaði: “Lítið væntar í, at tú yvirtalar meg at verða kristnan.”28Somuleiðis sum teir, tók Karl nú eisini við sínum verðsliga stoltleika og opportuna politiska atliti avgerðina um,at vraka sannleikans ljós.

Hart trýst á Luther
Álopini á Luther frættust víða og vaktu øsing í øllum býum. Trúbótarmaðurin hevði fingið nógvar vinir, sum vistu alt um svikafullu og ræðuligu framferðina frá Rom ímóti øllum, sum vágaðu sær at avdúka rotinskapin. Teir settu sær fyri, at hann ikki skuldi verða offur fyri hesum grimdarhugi. Fleiri hundrað aðalsmenn bundu seg at verja hann. Ikki so fáir søgdu bersøgi, at boð keisarans prógvaði, at hann hevði givið seg undir viljaní Rom. Uppsløg vóru hongd á portur og torgpelar, har nøkur fordømdu Luther og onnur stuðlaðu honum. Á einum uppslagi stóð: “Vei tær land, ið hevur barn til kong!”29Vaksandi fagnaður av Lutheri sannførdi keisaran og Ríkisdagin um, at øll órættvís tiltøk ímóti honum kundu elva til miklan ófrið í ríkinum og enntá kundu seta trónuna í váða.

Friedrich av Saksen lat lítið við seg koma. Hann lætst róligur og krógvaði væl sínar kenslur fyri Lutheri. Samstundis lat hann støðugt menn sínar í frástøðu verja Luther og eygleiða alt, sum fíggindar hansara tókust við. Men tey vóru mong, sum ikki duldu sín samhuga fyri Lutheri. Fólk úr øllum samfelagnum vitjaðu hann. “Lítla herbergi rúmaði ikki mongu gestunum,”skrivaði Spalatin.30Fólk stardu at honum, sum var hann meira enn eitt menniskja. Eisini tey, sum ikki trúðu læru hansara, undraðust á rættlætið og hetta, at hann heldur vildi fara í deyðan enn ímóti samvitskuni.

Nógvar royndir vórðu gjørdar at fáa semju í lag ímillum Luther og Rom. Hann varð hóttur við burturvísing úr landinum, um hann helt fram við at seta seg upp ímóti kirkjuni, og tá vendist ikki aftur. Til tað svaraði Luther: “Gleðiboðskapur Jesusar kann ikki prædikast uttan at vekja mótboð.. . . Skuldi óttin fyri at koma mær í vanda skilt meg frá Harranum og frá tí guddómliga orðinum, sum eina er sannleikin? Nei, heldur vildi eg latið mítt likam, mítt blóð og mítt lív.”31

Roynt varð aftur at trýsta hann at geva seg undir dóm keisarans, tí so hevði hann einki at óttast. “Ja,” svaraði hann. “Av øllum mínum hjarta taki eg undir við, at keisarin, fúrstarnir og sjálvt tey minstu kristnu skulu fáa høvi til at lesa, meta um og døma míni verk. Men treytin er, at orð Guds verður nýtt sum grundarlag. Menniskju kunnu ikki annað enn verða orðinum lýðin. Krevjið ikki, at eg skal ganga ímóti samvitsku mínari, sum er knýtt og leinkjað til heilagu Skriftina.”32

Til eina aðra áheitan, svaraði hann soleiðis: “Eg játti at siga brævið til frítt at fara frá mær. Eg gevið mítt lív í keisarans hendur. Men Guds orð? Aldrin!”

Luther var hugaður fyri at geva seg undir avgerðir hjá einum vanligum kirkjuráði, men við teirri treyt, at ráðið tók avgerðina í samsvari við orð Guds. “Táið tað snýr seg um orð Guds og trúnna á tað, kann ein og hvør vera eins góður dómari sum pávin, sjálvt um hesin stuðlar seg til milliónir av kirkjuráðum.”33Bæði vinir og fíggindar gjørdust sum frá leið sannførdir um, at allar royndir at finna semju ímillum partarnar vóru nyttuleysar.

Um Luther slakaði í einum tí einasta føri, hevði Satan og herur hansara vunnið sigurin. Tann óvikandi fastleikin var amboðið at loysa haft kirkjunnar og byrjanin til eitt nýtt og betri tíðarskeið. Hesin maðurin, sum tordi at hugsa og virka sjálvstøðugt í trúarmálinum, fekk eina ávirkan, sum skuldi fáa týdning fyri kirkjuna og heimin, ikki bara táið hann livdi, men eisini fyri komandi ættarlið. Fastleiki og trúfesti hansara fer at hjálpa øllum, sum koma í líknandi støðu. Vald og hátign Guds er omanfyri øll mannaráð og omanfyri alla Satans megi.

Tryggur á Wartburg
Stutt eftir fekk Luther boð frá keisaranum um at fara heim. Hann visti væl, at boð eisini skjótt fóru at koma um, at hann var lýstur í bann. Tung skýggj hingu yvir honum, men hjartað var fylt við gleði og takksemi, táið hann fór úr Worms. Hann segði: “Satan sjálvur vardi borg pávans, men Kristus hevur sett rivur í hana, og Satan má viðganga, at Harrin er sterkari.”34

Luther ynskti ikki, at fastleikin skuldi misskiljast sum ein uppreistrarhugur, og skrivaði stutt eftir til keisaran: “Gud, sum rannsakar hjørtuni, er mítt vitni um, at eg eri til reiðar av øllum mínum hjarta at vera tygara hátign lýðin; í æru ella í vanæru, í lívi ella í deyða, og uttan annað undantak enn orð Guds, sum er tað, sum menniskjað livir við. Í øllum hesum lívsins viðurskiftum skal mín trúskapur vera óvikaligur; tí um vit tapa ella um vitvinna hevur ongan týdning fyri frelsuna. Men táið talan er um tað æviga, ynskir Gud ikki, at eitt menniskja skal geva seg undir eitt annað. Ein slík undirgeving er í roynd og veru ein tilbiðjan, sum ikki skal lutast øðrum enn Skaparanum.”35

Fólk tóku enn hjartaligari ímóti Lutheri á heimleiðini úr Worms, enn táið hann fór hagar. Fúrstaligir kirkjumenn buðu hesum bannlýsta munki vælkomnum, og verðsligir myndugleikar ærdu hendan mann, sum keisarin hevði fordømt. Hann fekk inniligar áheitanir um at prædika, og hóast keisaraforboðið, fór hann aftur og aftur á prædikustólin. “Eg havi ongantíð játtað at fjøtra orð Guds,” segði hann, “og tað geri eg heldur ikki nú.”36

Stutt eftir at Luther var farin úr Worms, løgdu menn pávans trýst á keisaran fyriat fáa hann at senda út kunngerð, har Luther var lýstur sum “sjálvur Satan í mannalíki ílatin sum ein munkur.”37

Kunngjørt varð, at í somu løtuni, at fríbræv Luthers fór úr gildi, skuldu stig takast til at steðga virksemi hansara. Fólk fingu forboð fyri at hýsa honum, at geva honum at eta, drekka ella at hjálpa og stuðla honum í orði og verki, alment ella í loyndum. Hann skuldi handtakast og latast myndugleikunum, hvar hann enn var staddur.Hansara viðhaldsfólk skuldu eisini fongslast og missa sínar ognir. Skriftirnar skuldu oyðast, og øll, sum gjørdu ímóti hesum boðum skuldu lýsast í bann. Kurfúrstin av Saksen og aðrir fúrstar, sum vóru Lutheri vinaliga sinnaðir, fóru úr Worms stutt eftir fráferð Luthers.

Tá var frøin stór á øllum teimum pávatrúgvu! Teir hildu nú at lagna Luthers varavgjørd.

Til hesa vandaløtu hevði Gud longu fyrireikað tænara sínum eina loysn. Eitt vaki eyga fylgdi allatíðina Lutheri, og eitt trúfast og stórbært hjarta hevði sett sær fyri at bjarga honum. Tað var eingin ivi um, at Rom ikki lat sær lynda nakað minni enn deyða Luthers. Einans við at krógva hann, kundi hann bjargast úr leyvunnar kjafti. Gud gav Friedrich av Saksen vísdómin til at leggja eina ætlan til at bjarga Lutheri. Trúfastir vinir hjálptu til við at fremja hesa ætlanina, og Luther varð fjaldur bæði fyri vinum og fíggindum. Á leiðini heim tóku teir hann úr ferðalagnum og førdu hann í skundi um skógir og heiðar til eina klettaborg í Wartburg.

Bæði handtøkan úr ferðalagnum og loynistaðið vóru hildin so væl loynilig, at sjálvt ikki Friedrich visti hvussuleiðis hon varð skipaðog hvaðar hann fór. Hetta var ikki av tilvild, tí um Friedrich einki visti, so kundi hann heldur ikki avdúka nakað. Tað var nóg mikið fyri hann at vita, at Luther var í góðum hondum.

Vár, summar og heyst liðu, veturin kom og Luther var framvegis avbyrgdur. Aleander og menn hansara frøddust, tí sannleikans ljós nú tyktist at vera sloknað. Men Luther fylti lampu sína úr sannleikans goymslurúmi, og brátt skuldi ljós hansara strála klárari enn áður.

Við penni til vápn
Handan vinaligu múrar Wartburgar frøddist Luther eina tíð um at vera sloppin úr orrustu. Men hann treivst ikki leingi við at vera óvirkin. Hann var vanur við at virka og stríðast. Hann orkaði illa at sita fyri einki. Tann ringi standurin í kirkjuni nervaði hann eisini og tungur í huga segði hann: “Á, tíverri, eingin tykistat standa eftir sum ein múrur fyri Harran og bjarga Ísrael á hesum evsta vreiðidegi Guds.”38

Hann óttaðist eisini allar skuldsetingarnar um at vera ein ræðuskítur, tí hann hevði tikið seg úr stríðnum. Eisini brigdaði hann sær sjálvum, at vera dovin og sjálvgóður, hóast hann í roynd og veru gjørdi nógv meira enn væntast kundi av nøkrum menniskja og pennurin gekk kykur.

Men fíggindarnir billaðu sær inn, at teir høvdu fingið hann at tiga, men undraðust og argaðust, hvørja fer teir sóu prógv um, at hann framvegis var virkin. Ein stór mongd av trúarritum komu frá penni hansara og vóru í umferð kring altTýskland. Hann framdi eisini tað stórverkið fyri taðtýskmælta fólkið, at týða Nýggjatestamentið til teirra móðurmál. Av klettaborgini íWartburg helt hann áfram við at boða evangeliið og at átala syndir og villleiðingar kirkjunnar.

Men tað var ikki einans fyri at halda Lutheri burtur frá vreiði fíggindanna ella at geva honum friðin til tað týdningarmikla arbeiði, at Gud hevði tikið tænara sín avtí almenna leikpallinum. Tað vóru størri mál at loysa.

Í einsemini var Luther langt burturi frá partamonnunum og tí skaðiliga rósi og hálovanum, sum teir helst vildu borið honum. Soleiðis slapp hann undan tí hugmóð og sjálvsgleði, sum mangan fylgja við eydnu og viðburði.

Við líðingum og mannminkandi umstøðum, gjørdist hann aftur til reiðar at ferðast trygt á teimum ørandi hæddunum, sum hann so brádliga varð hevjaður upp til og eisini tikin burtur frá.

Táið menniskju frøast um tað frælsi, sum sannleikin gevur, hava tey vanliga hug til at hevja tey upp til skýggja, sum Gud settitil at slíta leinkjur úr vilstari trúgv og pátrúgv. Satan roynir at venda tankar og alskburtur frá Gud til menniskjalig amboð. Hann lokkar fjøldinatil at æra amboðið og at gloyma hondina, sum hevur alla leiðslu og stýrir øllum eftir sínum vilja.

Mangur leiðandi trúboðari, sum verður róstur og ærdur, missir bundinskapin til Gud úr eygsjón, og fer at líta ov nógv á seg sjálvan. Tað ger aftur, at summir leiðarar gera seg sjálvar til harrar yvir tonkum og kenslum hjá áhoyrarumsínum, so at hesi bindast at fylgja leiðaranum ístaðin fyri Gudi. Tað hendirmeiri enn so, at trúbótarmenn seinka trúbótini av hesari orsøkini. Men Gud vildi verja trúbótina úr hesum vanda. Gud vildi sjálvur seta dám á arbeiðið. Fólk høvdu vent eyguni at Lutheri sum sannleikans boðbera. Men nú var hann settur til viksí eina tíð, fyri at øll eygu skuldu kundu venda sær ímóti hinum æviga Gudi, sum er upphavið til allan sannleika.