Bardagin Mikli kapitel 9. Fra side 171tilbage

Morgunroði í Sveis, Zwingli

Tað guddómliga valið av ápostlum, táið kirkjan varð stovnað, sæst aftur í trúbótini, soleiðis skilt, at hin himmalski lærarin ikki fór til heimsins stóru við fínum heitum, sum vóru vanir við rós og heiður sum fólksins leiðarar. Teirra errinskapur og sjálvsnøgda hevjanin seg sjálvan uup um hini, gjørdi teir trekar til at sýna samkenslu við vanlig fólk. Tað gjørdi teir óskikkaðar til at samstarva við tann eyðmjúka mannin frá Nasaret. Valið fall tí á ólærdar knossandi fiskimenn í Galilea, tá hann segði: “Fylgið mær, so skal eg gera tykkum til menniskjafiskarar!”1

Teir vóru eyðmjúkir og fúsir at læra. Jú minni ávirkaðir teir vóru av følsku lærunum uppi í tíðini, tess lættari var fyri Jesus at læra teir upp. Soleiðis var eisini undir trúbótini. Reformatorarnir vóru vanlig fólk og ikki ernir av síni stætt. Teir vóru uttan trúarlótir og trongskygdan prestapolitikk. Gud nýtir eyðmjúk menniskjalig amboð til stór úrslit. Tá fer heiðurin ikki til menniskju, men til hansara, sum virkar í teimum at vilja og at gera tað, sumhonum toknast.

Uppvøkstur og skúli
Stutt eftir føðing Luthers í eini námsarbeiðarasmáttu í Sakslandi, var Ulrich Zwingli borin í heim í eini aðrari røktarakroysu hjá røktingarmanni í Alpunum. Barnaárini í hesum umhvørvi var eitt gott grundarlag fyri arbeiðið hansara seinni í lívinum. Stórfingna náttúran gav sterka kenslu av Guds tign og almátti. Søgurnar um dirvi og brøgd í hesum fjøllum kveiktu viljasterkar vónir í unga sinn hansara.Hann lurtaði væl eftir trúgvandi ommu sínari, tá hon segði frá søgum úr Bíbliuni. Við stórum áhuga hoyrdi hann um patriarkar og profetar og gerðir teirra, um hirðar og seyðafylgir í fjøllum Ísraels, har einglar høvdu talað til teir um barnið í Betlehem og tað, sum hendi við manninum á Golgata.

Á líknandi hátt sum pápi Marin Luthers, so ynskti pápi Ulrich Zwinglis eisini, at sonur hansara skuldi fáa góða skúlagongd. Drongurin var tí tíðliga sendur heimanífrá. Hann var so gávaður, at skjótt varð torført at finna honum lærarar, sum kundu læra hann nakað. Táið hann var trettan, varð hann sendur til Bern, sum tá hevði tann besta skúlan. Men har hendi nakað, sum lættliga kundi havt broytt alt lívið. Munkarnir gjørd alt fyri at fáa hann at fara í klostur. Dominikanara- og fransiskanaramunkarnir kappaðust um tokka fólksinsvið at prýða kirkjurnar, hava stórfingin hátíðarhald og at savna kendar halgilutir og myndir av halgimennum, sum framdu undurverk.

Dominikanararnir í Bern sóu, at teir fóru at fáa bæði fíggjarligan vinning og stóra æru, um teir kundu tryggja sær hendan gávaða studentin. Ungi aldurin, evnini sum talari og skrivari, umframt tónlista og yrkjaragávurnar kundu í nógv størri mun enn alt skart og skreyt draga fólk til gudstænasturnar og fara at nøra um ríkidømi teirra. Við smikri og sviki royndu teir tí at lokka hann til at gerast munkur. Ímeðan Luther las, var hann burturgoymdur í einum klosturskliva, og heimurin hevði ikki fingið nakað gagn av honum, um ikki Gud fekk hann út úr klostrinum. Zwingli slapp skjótari úr hesum vanda. Pápi hansara fekk frænir av ætlanum munkanna og vildi ikki, at sonur sín skuldi liva eitt høpisleyst lív sum munkur. Hann sá, at øll framtíð hansara stóð í váða og beyð honum tí um at koma heim alt fyri eitt.

Hann aktaði pápa sín, men keddist skjótt av at vera heima og fór so til Basel at lesa. Her hoyrdi hann fyrstu ferð gleðiboðskapin um Guds fríu náði.Thomas Wyttenbach, ein lærari á skúlanum í frummálum, hevði fingið stóran áhuga fyri heilagu Skriftini, táið hann granskaði grikst og hebraiskt. Hesar strálurnar av guddómligum ljósi kveiktu eisini inn í hugaheimin hjá teimum lesandi. Wyttenbach segði, at ein sannleiki er til, sum er nógv eldri og virðismiklari enn teir lærusetningarnir, sum skolastikarar og heimspekingar lærdu. Fyri Zwingli vóru hesi orðini hin fyrsti roðin, sum boðaði frá sólarrisi.

Íðin bíbliugranskari
Skjótt komu boð til Zwingli um at fara úr Basel fyri atbyrja sítt lívsstarv. Fyrsta arbeiðsplássið var ein sókn í Alpunum nærindis barnaheiminum. Táið Zwingli var vorðin prestur, gav hann seg av heilum hjarta til at finna tann guddómliga sannleikan. Sum ein góður vinur segði honum: »Hvussu nógv má hann ikki vita, sum hevur fingið ábyrgdina av at leiða fylgi Guds?«2

Jú meira hann las í Bíbliuni, jú betri sá hann munin á henni og læruni hjá romakirkjuni. Sjálvur vildi hann bert boyggja seg fyri Bíbliuni sum hin einasta sanna grundvøllin. Hann skilti, at Bíblian kundi og skuldi tulka seg sjálva, og hann tordi ikki at greina hana eftir áskoðanum, sum hann sjálvur ella onkur annar hevði frammanundan. Hann kendi tað sum sína skyldu at boða Bíbliunnar greiðu læru beinleiðis. Hann royndi á allan hátt at skilja boðskapin, og bað um hjálp heilaga Andans, sum megnaði at lata upp Guds orð fyri øllum, sum av reinum hjarta leitaðu við bøn um hjálp.

“Tann heilaga Skriftin, kemur frá Gudi,” segði hann, “og ikki frá monnum. Tann Gud, sum kunnar, fer eisini at lata teg skilja, at talan kemur frá honum.Guds orðkann ikki svíkja. Tað boðar og birtir seg sjálvt. Tað gevur sálini náði og ugga. Tað ger teg eyðmjúkan, so tú gloymir teg sjálvan og fevnir Gud.” Zwingli hevði sjálvur kent sannleikan í hesum orðum og skrivaði seinni um tað. “Í fyrstuni, táið eg granskaði Skriftina, komu heimspekiligar og skolastiskar trúarlærur til mín við atfinningum.” At enda hugsaði eg: ”Tú mást sleppa øllum hesum og einans skilja Guds vilja av hansara egna og beinleiðis orði. Tá eg bað Gud geva mær meira ljós, tyktist hin heilaga Skriftin mær lættari at skilja.”3

Zwingli hevði einki av sínari læru frá Lutheri. Hetta var Kristi læra. “Um Luther boðar um Kristus,” segði sveisiski trúbótarmaðurin, “so ger hann tað sama sum eg. Hann hevur leitt fleiri til Kristus enn eg. Men tað hevur ongan týdning.Eg gevi meg ikki til annan enn Jesus. Eg eri stríðsmaður hansara, og hann er einasti Harri mín. Eg havi ongantíð skrivað eitt orð til Luther, og hann hevur einki skrivað til mín. Og hví? .... So tað kann prógvast, í hvønn mun Guds andi er í samljóði við seg sjálvan, táið vit báðir uttan at kennast kunnu boða læru Kristusar eins.”4

Wiclif boðar evangeliið í Einsiedeln
Í 1516 varð Zwingli kallaður til prest í klostrinum í Einsiedeln. Her sá hann enn meira til ræðuligu siðaspilluna í romakirkjuni, oghiðani kom hann at fáa stóra ávirkan á trúbótina, sum seinni breiddi seg út um landamørkini.

Í Einsiedeln var ein Mariumynd, sum segðist at gera undurverk. Yvir klosturportrinum stóð skrivað: “Her fæst full syndafyrigeving.”5 Alt árið komu pílagrímar til hesa myndina, og táið hin árliga høgtíðin varð hildin til heiðurs fyri henni, komu stórar mannamúgvur úr øllum Sveis, Fraklandi og Týsklandi. Zwingli var djúpt harmur og kendi seg illa um tað. Hann nýtti høvið til at boða frælsi við gleðiboðskapinum fyri hesum trælum av pátrúgv.

”Trúgvið ikki,” segði hann, “at Gud er í hesum templi fram um nakað annað stað í skaparaverki sínum. Hvar tit enn búgva, er Gud hjá tykkum og hoyrir tykkum.. . . Kunnu gagnleysar gerðir, drúgvar pílagrímsferðir, offurgávur, halgimyndir, bønir til Mariu ella onnur halgimenni tryggja tykkum Guds náði?. . .Hvat gagnar okkum tey nógvu orð, vit prýða okkara bønir við? Hvat gagnar okkum fín klæðir og gullseymaðir skógvar? . . . Gud hyggur í hjørtuni, og hjørtu okkara eru langt burturi frá honum.” . . .“Kristus,” segði hann,“sum einaferð varð ofraður á krossinum, er hann, sum í allar ævir til fulnar hevur goldið fyri syndir okkara.”6

Øllum dámdu ikki hesi orðini. Nógv vóru beisk og vónbrotin av at hoyra, at langa ferðin til Einsiedeln hevði verið til onga nyttu. Tey skiltu ikki ta fyrigeving, sum stóð teimum í boði frá Kristusi. Tey vóru nøgd við leiðina til Himmalin, sum Rom vísti teimum á. Tað var lættari at geva presti og páva ábyrgdina av sínari frelsu, enn at søkja eftir henni við egnari tráan í hjartans reinleika.

Men onnur frøddust av at hoyra boðskapin um frelsuna í Kristusi. Reglurnar og siðirnir, sum kirkjan kravdi, høvdu ikki givið teimum sálarfrið. Hesi tóku við trúnni, at frelsan var at finna í Jesu blóði. Táið tey komu heim, søgdu tey øðrum frá dýrabara ljósinum, sum tey høvdu fingið. Soleiðiskom sannleikinvíða, og færri og færri pílagrímar vitjaðu undurgerandi Mariumyndina. Men eisini kirkjanfekk færri offurgávur og inntøkurnar hjá Zwingli minkaðu, tí hann var løntur av hesum gávum. Men hetta gleddi hann seg yvir, tí tað var eitt tekin um, at megin í pátrúnni var viknað.

Teir leiðandi í kirkjuni vóru tó greiðir yvir, hvat Zwingli fekst við,men teir hildu seg kúrrarí eina tíð og vónaðu, at vinna hann fyri sínari søk við smikri og við at lokka hann. Sum tíðin leið festi sannleikin rót í hjørtu fólksins.

Til dómkirkjuna í Zürich
Arbeiðið hjá Zwingli í Einsiedeln búnaði hann til enn størri uppgávur. Trý ár seinni varð hann settur til prest við dómkirkjuna í Zürich, sum er høvuðsbýurin í Sveis. Ávirkanin hiðani kom víða um. Teir høgu harrarnir, sum bóðu hann koma til Zürich, ynsktu ongar broytingar og royndu at leggja honum lag á skyldur sínar.

“Tú mást kýta teg”, søgdu teir, “og ongan møguleika lata fara fyri at økja inntøkuna. Tú mást frá prædikustólinum og í skriftamálum leggja fólki eina við at gjalda tíggjund og øll onnur gjøld, so tey vísa sín alsk til kirkjuna við sínum offurgávum. Ger tær ómak at økja inntøkurnar frá sjúkum, frá messunum og frá øllum øðrum, sum kirkjan skipar fyri.Halgigerðirnar, boðskapurin og umsorganin fyri samkomuni,”løgdu teir afturat, “eru eisini skyldur prestsins at røkja. Men her kundi hann fáa eitt varafólk fyri seg. Tú eigur einans sjálvur at avgreiða halgigerðir til merkisfólk av týdningi, og einans táið tú ert eggjaður til tað.Tað er tær bannað at lata hetta til onnur enn tey við serligari tign.”

Í tøgn lurtaði Zwingli eftir hesum tilmælunum. Síðani takkaði hann fyri heiðurin av, at honum var litið uppí hendur at fáa eitt so tignarligt embæti. Og so greiddi hann frá, hvørja kós hann hevði hugsað sær. “Lív Kristusar” segði hann, “hevur alt ov leingi verið krógvað fyri fólki.Eg ætli mær at prædika allan gleðiboðskap Matteusar. Eg ynski einans at oysa úr keldunum í hini heilagu Skriftini, fara í dýpdina, samanbera partar og royna at skilja teir við støðugari og inniligari bøn. Eg halgi mín lut til Guds æru og prísi Synihansara til sálarinnar sonnu frelsu og trúgv.”7

Hóast nakrir av kirkjumonnunum ikki dámdu ætlanina hjá Zwingli og royndu at fáa hann til at broyta hugsan, stóð hann við sítt og segði, at hann kom ikki við nøkrum nýggjum hugsanum, men vendi aftur til gamlar dygdir, sum kirkjan stóð fyri í farnum og betri tíðum.

Stórur áhugi var fyri sannleikunum, sum hann prædikaði, og fólk tustu til fyri at hoyra hann. Nógv, sum langt síðani vóru givin at ganga í kirkju, komu nú aftur. Hann byrjaði altíð prædikuna við at lesa úr gleðiboðskapinum og at siga teimum hugvekjandi søguna um Jesu lív, læru og deyða.Á sama hátt sum í Einsiedeln legði hann dent á, at orð Guds er tann einasti lýtaleysi myndugleikin, og at deyði Kristusar er hitt einasta nøktandi ofrið. “Tað er til Kristus, eg vil leiða tykkum,” segði hann, “til Kristus, til ta sonnu frelsukelduna.”

Fólk savnaðist úr øllum stættum um prædikumannin, heilt frá politikarum og lærdum til handverkarar og bøndur. Øll lurtaðu eftir við stórum áhuga. Ikki einans prædikaði hann tilboðið um eina ókeypis frelsu, men óttaleysur leyp hann eisini á tíðarinnar óndskap og rotinskap. Nógv lovprísaðu Gudi, táið tey fóru úr dómkirkjuni. “Hesin maður,” søgdu tey, “talar sannleikan. Hann skal vera okkara Móses og leiða okkum út úr myrkrinum í Egyptalandi.”8

Tað fyrstu tíðina vóru fólk flest glað fyri arbeiðið hjá Zwingli, men tað vardi ikki leingi til mótstøða kom. Munkarnir royndu alt tað teir kunda at forða honum at arbeiða og fordømdu boðan hansara. Nógv glósaðu niðrandi og onnur hóttu og háðaðu speirekandi. Men Zwingli bar alt tolin og segði:“Um vit vilja leiða tey gudleysu til Jesus Kristus, mugu vit lata eygu og oyru aftur fyri nógvum.”9

Um tað mundið varð eitt átak afturat tikið í nýtslu at virka fyri trúbótini. Í Basel búði ein, sum tók undir við tí broyttu trúnni, og hann sendi ein mann nevndur Lucian til Zürich við nøkrum skriftum Luthers, tí hann helt søluna kunna gera sítt til at spjaða ljósið. “Halt eyga við,“ skrivaði hann til Zwingli,“um hesin maðurin er nóg varin og dugnaligur. Er hann tað, eiga tygum at lata hann fara við skriftum Luthers úr býi í bý, av bygd á bygd, ja, úr húsi í hús, og serliga við týðing hansara av “Faðir Vár”. Jú fleiri, sum lesa tær, jú fleiri fara at keypa tær.”10Soleiðis fann ljósið vegin fram.

Táið Gud vil slíta darvandi bondini til pátrúgv og fávitsku, ger Satan sær altíð serligan ómak at hylja fólk inn í meira myrkur og leinkja tey fastari. Sohvørt menn stigu fram í ymsum londum og bjóðaðu fólki fyrigeving og rættvísgerðing í Kristi blóði, kom Rom við enn størri orku á marknaðin at bjóða fólki syndannafyrigeving fyri pening.

Hvør synd hevði sín kostna og sjálvt brotsmenn sluppu undan revsing, um teir guldu nóg nógv og fyltu skattakamar kirkjunnar.Soleiðis var hjá hesum báðum rørslum. Onnur bjóðaði syndanna fyrigeving fyri pengar, og hin syndanna fyrigeving við Kristi blóði. Romakirkjan loyvdi synd og gjørdi hana til inntøkukeldu. Trúbótarmenninir fordømdu syndina og vístu til Jesus Kristus sum sáttarmann og frelsara.

Avlátshandil í Sveis
Í Týsklandi var avlátssølan latin til dominikanarnar. Kendasti sølumaðurin var hin illa gitni Tetzel. Í Sveis fingu franciskanaramunkar, leiddir av tí italska Samson, handilin latnan upp í hendur. Samson hevði leingi verið kirkjuni til sera stórt gagn við ómetaliga stórum upphæddum úr Týsklandi og Sveis at bera til skattakamar pávans. Nú ferðaðist hann runt um í Sveis og savnaði stórar skarar um seg. Hann eyðrændi fátækar bøndur fyri tann síðsta sparipeningin og kroysti tey ríku til at lata stórar pengagávur.

Men ávirkan av trúbótini gjørdi seg longu galdandi, og sølan av avlátsbrøvum minkaði, hóast hon ikki steðgaði. Zwingli var enn í Einsiedeln, táið Samson stutt eftir, at hann var komin til Sveis, bjóðaði sína vøru fram í einum býi nærindis Zürich. Men táið trúbótarmaðurin frætti um tað, gjørdi hann beinanvegin av at fara ímóti honum. Hesir báðir hittust tó ongantíð, men Zwingli avdúkaði so dyggiliga virksemið hjá Samson, at hann í skundi mátti gevast og leita sær til onnur støð.

Zwingli stríddist tað dýrasta hann var mentur at forða avlátsmonnunum at koma inn í Zürich, og tá Samson nærkaðist býnum, tók eitt sendiboð hjá myndugleikunum ímóti honum og gjørdi honum greitt, at hann var óynsktur. Tað eydnaðist tó Samsoni við snildum at koma sær inn í býin, men hann varð rikin út aftur uttan at hava selt so mikið sum eitt tað einasta avlátsbræv. Stutt eftir rýmdi hann úr Sveis.

Svartideyðin
Svartideyðin gjørdi nógv um seg í Sveis í 1519. Og hetta elvdi eisini til stór framstig fyri trúbótina. Nógv stóðu andlit til andlits við deyðan og sóu, at avlátsbrøvini ongan mun gjørdu, og teimum longdist eftir tryggari grund fyri trúnna. Zwingli sjálvur gjørdist eisini sjúkur av smittuni, og vónirnar vóru ongar um at koma fyri seg aftur. Tað frættist, at hann longu var deyður. Í hesari royndarstundini setti hann alt álitið á krossin á Golgata og fann sín ugga í sáttarmanni sínum.

Táið hann vendi aftur frá portri deyðans, fór hann undir at boða gleðiboðskapin við enn størri megi, og orðinihøvdu óvanliga stóra kraft. Fólk tóku glað ímóti elskaða presti sínum, sum var kom aftur av gravarbakkanum. Sjálv høvdu tey røktað sjúk og doyggjandi og skiltu betur enn áður týdningin av gleðiboðskapinum.

Zwingli skilti betur dýpdina í gleðiboðskapinum nú, táiðhann á egnum kroppihevði kent ta endurnýggjandi kraftina. Syndafallið og ætlan Guds við frelsu menniskjans vóru evnini, sum hann dvøldi mest við. Hann segði: “Í Adami eru vit øll glatað og dømd.” . . .”Kristus hevur keypt okkum æviga endurloysn. Líðing hansara er eitt ævigt offur, sum til allar tíðir megnar at lekja okkum. Tað nøktar í allar ævir tað guddómliga kravið um rættvísi fyri tey, sum fult og fast seta sítt álit á tað við einari óvikandi trúgv.”

Hann legði dentin á, at náði Guds avgjørt ikki loyvir menniskjunum at halda áfram við at synda.”Gud er, har sum trúgvin er; og har sum Gud er, finst tann megin, sum eggjar okkum til at gera góðar gerningar.”11

Áhugin fyri boðskapinum hjá Zwingli var so stórur, at dómkirkjan altíð var stúgvandi full teir dagarnar hann prædikaði. So hvørt, tey vóru før fyri at skilja tað, gav hann teimum meira og meira av sannleikanum. Í fyrstuni ansaði hann væl eftir ikki at nerta við slíkar spurningar, sum tey ræddust og kundu elva til fordómar. Uppgávan var at vinna hjørtuni fyri Kristi læru, at bloyta tey við kærleika Kristusar, og tá at fáa tey til at síggja Jesus Kristus sum sína fyrimynd. Táið tey skiltu aðalreglurnar í gleðiboðskapinum, fóru tey uttan iva eisini at sleppa pátrúnni.

Siðaskiftið álopið
Stig fyri stig gjørdi trúbótin framstig í Sveis. Mótstøðumenn óttaðust og stríddust av øllum alvi ímóti henni. Eitt ár frammanundan hevði munkurin úr Wittenberg avnoktað pávan og keisaran í Worms. Og nú bendi alt á, at í Zürich fóru tey eisini at geva pávaligu krøvunum durafjórðingin. Álopini á Zwingli vóru nógv.

Í katólsku pørtunum av Sveis vóru lærusveinar gleðiboðskapsins brendir á báli. Men hetta var fíggindunum ikki nóg mikið. Teir vildu eisini hava Zwingli at tiga. Tí sendi biskupurin í Konstanz tríggjar umboðsmenn til myndugleikarnar í Zürich. Teir skuldsettu Zwingli fyri at skunda undir, at fáa fólkið til at bróta lógir kirkjunnar og at eggja til harðskap og óskil. Uppáhald teirra var, at um myndugleiki kirkjunnar var skúgvaður til viks, so fór tað at elva til lógloysi í samfelagnum. Zwingli svaraði, at hann í fýra ár hevði prædikað gleðiboðskapin í Zürich, “sum er friðarligari enn nakar annar býur í landinum.”Og Zwingli legði afturat:“Vísir hettar ikki, at kristindómurin tí erhin besta trygdin fyri tann almenna tryggleikan?”12

Umboðsmenn biskupsins úr umboðsráðnum løgdu honum eina við, at hann skuldi verða verandi í kirkjuni, tí “uttan fyri hana finst eingin frelsa!”Zwingli svaraði: ”Latið nú ikki tað uppáhaldið nerva tykkum. Grundvøllur kirkjunnar er sami klettur, sami Kristus, sum gav Pæturi sítt navn, tí hann trúfastur játtaði seg til hansara. Hvør tann, sum av fullum hjarta trýr á Harra okkara Jesus, er kærkomin fyri Gudi. Hendan her er tann kirkjan, og uttanfyri hana er eingin frelsa.”13Avleiðingin av hesum fundinum varðtann, at ein av monnum biskups fór úr hini katólsku kirkjuni og tók við trúbótini.

Ráðið noktaði at gera nakað við Zwingli, og romakirkjan fór tá at fyrireika nýggj álop. Táið trúbótarmaðurin frætti tað, segði hann: ”Lat teir bara koma; eg óttist teir líka lítið sum ein klettur ræðist aldur, sum buldra við fót hansara.”

Royndir kirkjunnar at skaða Zwingli stuðlaðu bara undir at fremja tað, sum hon royndu at steðga. Í Týsklandi var lagið ringt, tí Luther var horvin, men tey fingu treystið aftur, táið tey frættu um framgongd gleðiboðskapsins í Sveis.

Í Sveis var lætt at síggja, hvat gagn trúbótin hevði við sær. Nógvir gamlir óvanar hvurvu, og ístaðin kom friður og skipaði viðurskiftir. “Friðurin hevur fest búgv í býi okkara,”skrivaði Zwingli. “Her er einki klandur, einki hykl ella øvundsjúka. Tílíkur sáttur og semja kann einans koma frá Harranum og frá læru okkara, sum fyllir okkum við friði, gudsótta og sóma.”14

Orðaskifti umgrundvøll trúarinnar
Sigrar trúbótarinnar fingu katolikkarnar at stríðast enn meira fyri at oyða hana. Táið teir einki formáddu sær við at banna skriftir Luthers í Týsklandi, settu teir sær fyri at berja trúbótina niður við hennara egnu vápnum. Teir ynsktu eitt opið kjak við Zwingli. Teir skuldu sjálvir skipa fyri orðaskiftinum og á tann hátt tryggja sær sigurin, tí teir vildu bæði velja fundarástaðið, har slagið skuldi standa, og eisini sjálvir velja dómararnar, sum skuldu døma í sakini partanna millum.

Fingu teir fyrst klørnar í Zwingli, skuldu teir nokk síggja til, at hann ikki slapp frá teimum aftur. Fingu teir leiðaran at tagna, fóru teir skjótt at knúsa rørsluna. Men hesa ætlan hildu teir loyniliga.

Orðaskiftið var í Baden, men Zwingli møtti ikki upp til tað. Býráðið í Zürich fekk illgruna um ætlanirnar hjá pávatrúgvu katolikkunum og ikki minst, tí teir framvegis brendu trúarvillingar (í teirra eygum) í katólsku landspørtunum. Býráðið noktaði Zwingli at seta seg í hesa lívshættisligu støðuna. Hann kundi hitta umboð kirkjunnar í Zürich, men at fara til Baden, har fleiri blóðvitnir nýliga vóru avrættað, tað vil siga myrd, var tann vissi deyði. Oecolampadius og Haller vóru valdir at umboða tey, sum høvdu tikið við trúarskifti, og tann víðagitni dr. Eck skuldi, stuðlaður av einum skara av lærdum monnum, umboða rómakirkjuna.

Hóast Zwingli sjálvur ikki var í Baden, so var ávirkan hansara eyðsýnd. Menn pávans settu allar skrivararnar, og ongum øðrum var loyvt at skriva nakað niður. Tann, sum gjørdi tað, fekk deyðarevsing. Men kortini fekk Zwingli hvønn dag drúgvar frágreiðingar frá fundinum í Baden. Ein ungur lesandi, sum fylgdi við í orðaskiftinum, skrivaði hvørt kvøld eina frásøgn um grundgevingarnar, sum komu tann dagin. Skjølini vórðu flutt á hestbaki til Zürich av tveimum øðrum lesandi, sum eisini høvdu brøv við frá Oecolampadius til Zwingli.

Alla náttina skrivaði Zwingli bræv fylt við góðum ráðum og uppskotum, og næsta morgun tóku teir ungu menninir tað við sær aftur til Baden.Fyri at lumpa vaktarmenninar við býarportrið, høvdu teir kurvar við flogfenaði við sær og sluppu soleiðis ómistonktir um portrið inn í býin.

Zwingli leiddi á hendan hátt stríðið ímóti teimum snildu fíggindunum. “Hann arbeiðir meira,” skrivaðiMyconius, “við hugleiðingum sínum tær svøvnleysu næturnar, enn hann hevði kunnað, um hann sjálvur hevði verið á staðnum og stríðst við fíggindarnar.”15

Pávans menn kendu seg vissar í sigri, táið teir komu til Baden í fínum dýrum klæðum við skyggjandi gimsteinum. Á borðinum var yvirflóð av dýrum mati og fínum víni. Kirkjuarbeiðið lætnaði so væl av øllum kætinum á drykkuveitslum. Teirra lívshátturkundiá ongan hátt berast saman við tann hjá trúbótarmonnunum, ið sum oftast vóru átøkir biddarum. Teir gjørdu lítið burturúr klæðunum og ótu skjótt sínismáu máltíð. Tá vertur Oecolampadiusar eygleiddi hann í sovikamarinum, sá hann altíð mannin sita og granska ella biðja. Hetta undraði hann almikið, og hann segði, at hesin maður er undir øllum umstøðum“gudrøkin.”

Í fundarsalinum “fór Eck errin og stásiliga skrýddur á talarastólin, ímeðan Oecolampadius sat illa klæddur á einum krakki yvirav mótstøðumanni sínum.”Harða rødd Eck’s og stóra sjálvsálitið sveik ikki. Vónin um gull og heiður stimbraðu eldhugin, tí hesin umboðsmaður romakirkjunnar skuldi fáa stóra pengaupphædd í løn. Táið hann einki annað visti sær at siga, tók hann til skemdarorð og eiðir.

Tann smædni Oecolampadius, sum púrt einki sjálvsálit átti, hevði ongantíð ætlað sær at tikið lut í orðaskiftinum.Hann byrjaði taluna við hesum orðum:”Eg viðurkenni onga aðra próvgrund enn orð Guds. Hann var blíður og fólkaligur, men kortini óræddur og óvikandi. Katolikkarnir, hildu sum vant fast við myndugleikan til kirkjusiðir, men hesin mótstøðumaðurin stóð fast við orð Bíbliunnar.

”Siðir og vanar,” segði hann “hava ongan týdning í Sveis uttan so, at teir samsvara við grundlógina; og í trúarspurningum er Bíblian okkara grundlóg.”16

Munurin á hesum báðum monnumrein við og ávirkaði nógv hjástødd. Blíði og lítillátni trúbótarmaðurin við sínum róligu og greiðu hugsanum, vakti stóran áhuga teirra millum, sum kendu seg illa við av harðmæltu og reypandi framferðini hjá dr. von Eck.

Orðadrátturin vardi í 18 dagar og táið hann langt um leingi varð liðugur, søgdu pávans menn við stórum sjálvsáliti, at teir áttu sigurin.Meirilutin tók eisini undir við teimum, og lóggávutingið lýsti tá trúbótarmenninar at hava tapt, og koyrdi teir úrkirkjuni saman við leiðara sínum, Zwingli. Men eftirtíðin vísti hvør veruligi sigurharrin var. Tann protestantiska rørslan vann seg fram, og tað vardi ikki leingi, fyrrenn teir báðir týðandi býirnir Bern og Basel tóku við trúbótini. (NB! Múrsteinar taka ikki við trúgv, men vit skilja hvat søguskrivarin meinti við, ums.)