Kristi ætlanarlæra kapitel 11. Fra side 124tilbage

Nýtt og gamalt

Hettar kapitlið byggir á Matteus 13:51-52
Meðan Kristus lærdi fólkið, lærdi Hann eisini lærusveinarnar um teirra verk framyvir. Í øllum, Hann segði, vóru leiðbeiningar til teirra. Aftaná líknilsið um nótina, spurdi Hann teir, 'Hava tit skilt hesa læruna? Teir søgdu við Hann, 'Ja, Harri'.

Eisini í sambandi við eitt annað líknilsi bendi hann á teirra ábyrgd fyri teimum sannleikum, teir høvdu lært. 'Tí', segði Hann, 'einhvør skriftlærdur, sum fær innlit í Himmalska kongadømið, er sum ein húshaldari, sum finnur fram úr goymslum sínum nýtt og gamalt.

Teir skattirnir, sum húshaldarin hevur, verða ikki bara goymdir. Hann tekur teir fram fyri at læra onnur um teir. Og tá teir verða brúktir, vaksa teir í virði. Húshaldarin hevur dýrar lutir, bæði nýggjari og eldri. So Kristus lærir teir, at teir sannleikar, sum teir hava lært, skulu berast víðari til heimin. Og soleiðis, sum vitanin um sannleikan verður breidd út, fer hon at økjast.

Ein og hvør, sum fær gleðiboðskapin inn í sítt hjarta, leingist eftir at breiða hann út til onnur. Hesin himmalborni kærleiki Kristusar má sleppa út. Tey, sum longu, stig fyri stig, hava smakkað Kristus, leidd av heilaga Andanum, - teirra hungur og tosti er eftir kunnleikanum um Gud og Jesus Kristus, sum Hann sendi; úrslitið av teirra leitan eftir skriftunum, teirra bønir, teirra sálarkvøl og orð Kristusar til teirra: 'Syndir tínar eru tær fyrigivnar'. Tað ber ikki til at halda hettar loynt, og tey, sum eru fylt við kærleika Kristusar, kunnu ikki lata vera við at tala við onnur um tað.

Í tann mun, sum Harrin hevur givið teimum lut í heilaga sannleikanum, fer tað at vera teirra ynski, at onnur skulu fáa somu signingina. Og sum tey siga øðrum frá um ríku gávur Guds, uppaftur meiri fer náði Kristusar á ávirka tey. Tey fáa ein barnsligan, einfaldan máta og markleyst lýdni at siga frá.

Sálin tráar eftir heilagleika, og fleiri og fleiri skattir av sannleika og tráan verða avdúkaðir at verða givnir til heimin. Stóra sannleikagoymsla Guds er Orðið - tað skrivaða Orðið, bókin um okkara náttúru og um, hvussu Gud samskiftir við menniskjuna. Her eru skattirnir, sum verkafólk Guds leita fram. Í leitanini eftir sannleika eru tey bundin at Gudi; ikki at mannaviti; teimum stóru, hvørs vísdómur er dárskapur fyri Gudi. Gjøgnum Guds vegleiðing verður visdómur Hansara givin hvørjum tí, ið søkir.

Um Kristi eftirfylgjarir trúgva Orði Kristusar og gera eftir tí, so eru eingi vísindi í náttúrliga heiminum, sum hann ikki er førur fyri at greiða og taka til sín. Har er einki, men tað ger hann føran fyri at luta sannleikan við onnur.

Náttúruvísindi eru ein skattakista av vitan, sum hvør lesandi á Kristi lærustovni kann taka til sín. Sum vit undrast á vakurleikan í náttúruni, meðan vit lesa um jørðildið, hvussu trøini vaksa, undurverkini á jørðini, í sjónum, í luftini, so fáa vit innlit í nýggjar sannleikar. Og loyndarmálið viðvíkjandi sambandi Guds við menniskjuni, dýpið í vísdómi Hansara og hvussu dómar Hansara eru viðvíkjandi mannalívinum - alt hettar er í skattkømrum Guds.

Men tað er í skrivaða orðinum, at kunnskapurin um Gud er kunngjørdur falna menniskjanum. Tað er tann skatturin, sum er um tað órannsakandi ríkidømið í Kristusi.

Orð Guds umfatar bæði skriftirnar í Gamla Testamenti og í tí Nýggja. Annað kann ikki vera hitt fyriuttan. Annað er ikki fullkomið uttan hitt. Kristus boðaði frá, at sannleikarnir í Gamla Testamenti eru líka virðismiklir sum tær í Nýggja Testamenti.

Kristus var líka nógv endurloysarin í byrjanini av heiminum, sum Hann er nú á døgum. Ádrenn Hann klæddi sín Guddómleika í mannalíka og kom inn í okkara heim, varð evangeliski boðskapurin boðaður av Ádami, Set, Enok, Metusalem og Nóa.

Ábraham í Kanaan og Lot í Sodoma bóru boðskapin, og eitt ættarliðið fyri og annað eftir vóru trúfastir boðberar um tann, sum koma skuldi. Ritini um jødiskan búskap vórðu kunngjørd av Kristusi Sjálvum. Hann var grundarlagið undir læruni um offurlambið, fyrimyndin fyri tempultænastunum. Blóðið, sum rann frá offurdýrunum, peikaði fram til offringina av Guds Lambi. Í Kristusi vóru øll offrini uppfylt.

Kristus, sum Hann sýndi seg fyri ættarfedrunum, sum lýstur í offurtænastuni, sum myndaður í lógini og sum avdúkaður av profetunum, er ríkidømið í Gamla Testamenti. Kristi lív, deyði Hansara og uppreisn, Kristus sum Heilagi Andin lýsir Hann, er skatturin dýri í Nýggja Testamenti. Frelsari okkara, skinið av Faðirsins dýrd er bæði hitt Gamla og hitt Nýggja.

Ápostlarnir skuldu stíga fram sum vitni um tað, sum profetarnir høvdu sagt frá frammanundan um Kristi lív og deyða og sum fyribiðjarir. Kristus sum Hin eyðmjúki, í reinleika og heilagleika, í ómáldum kærleika, skuldi vera teirra evni. Og til tess, at gleðiboðskapurin skuldi verða prædikaður til fulnar, var tað ikki bara lív og læra Hansara, sum sigast skuldi frá, men eisini forsagnirnar, sum profetarnir í Gamla Testamenti søgdu frá í sambandi við offurtænastuna.

Í lærum Sínum boðaði Kristus frá um gamlar sannleikar, har Hann Sjálvur var upprunin; Sannleikar, sum Hann hevði talað gjøgnum ættarfedrar og profetar; men nú legði hann yvir teir eitt nýtt ljós. Og sum tað tóktist øðrvísi! Ein alda av ljósi og anda var í Hansara boðan. Og Hann lovaði, at Heilagi Andin støðugt skuldi upplýsa lærusveinarnar um, at Orð Guds skuldi verða lagt út fyri teir.

Teir skuldi vera førir fyri at boða sannleikarnar í nýggjum vakurleika.

Heilt síðani fyrsta lyftið um endurloysn varð lovað í Edens urtagarði, hava fólk granskað lívið, andan og frelsuverk Kristusar.Tó hevur hvør einasti, har Heilagi Andin hevur verið virkin, lagt hesi evni fram í einum ljósi, sum er frískt og nýtt. Sannleikin um endurloysingina er førur fyri at avdúka fyri tí søkjandi størri dýrd og sterkari megi.

Í hvørjum ættarliði eru nýggj frambrot um sannleikan, eini boð frá Gudi til fólk í tí ættarliðinum. Teir gomlu sannleikarnir eru allir umráðandi; nýggir sannleikar eru ikki óheftir av teimum gomlu, men ein víðari menning av teimum. Bert um vit skilja teir gomlu sannleikarnar, kunnu vit skilja teir nýggju. Tá Kristus ætlaði at siga sínum lærusveinum sannleikan um Sína uppreisn, byrjaði hann 'við Mósesi og hinum profetunum' og 'útlegði fyri teimum allar skriftirnar, sum talaðu um Hann'. Lukas 24:27. Men tað er tað ljósið, sum skínur á tað nýggju áskoðanina av sannleikanum, sum ger ta gomlu virðismikla. Tann, sum noktar fyri og yvirsær ta nýggju, fær ikki reiðiliga skilt tað gomlu. Hjá honum missir hon ta livandi kraftina og gerst bara deyð orð.

Summi eru, sum siga seg trúgva og læra sannleikarnar í Gamla Testamenti, men nokta fyri tí Nýggja. Men við at nokta fyri at læra lærur Kristusar, sýna tey, at tey ikki trúgva tí, sum ættarfedrarnir og profetarnir hava talað. 'Høvdu ti trúð Mósesi,' segði Jesus, 'so høvdu tit eisini trúð Mær, tí hann skrivaði um meg.' Jóh.5:46. Sostatt er heldur ikki verulig kraft í lærunum einsamøllum; enntá Gamla Testamenti.

Mong, sum siga seg trúgva og læra um evangeliið, eru í líknandi støðu. Tey leggja skriftirnar í Gamla Testamenti til viks, tær, sum Kristus Sjálvur segði um: 'Tað eru tær, sum vitna um meg.' Jóh.5:39. Við at nokta fyri tí Gamla, gera tey í veruleikanum tað sama við tað Nýggja, tí báðir partar hoyra saman sum ein heild. Einki menniskja kann av røttum tala um Guds lógir uttan evangeliini, ella um evangeliini uttan lógirnar. Lógirnar eru partur av evangeliunum, og evangeliini eru framhald av lógunum. Lógirnar eru rótin; evangeliini eru angandi blómurnar og fruktirnar, sum alast fram.

Gamla Testamentið kastar ljós á tað Nýggja, og tað Nýggja lýsir á tað gamla. Hvørt sær eru tey ein opinbering av Guds dýrd í Kristusi. Bæði siga sannleikar, sum altíð fara at avdúka nýggj dýpi av meining til tann, sum veruliga er søkjandi.

Trúgvin á Kristus og gjøgnum Kristus er endaleys. Tann, ið vil læra um Skriftirnar, sær inn í eina keldu, sum gerst djúpari og breiðari, sum hann roynir at síggja niður í dýpið.

Ikki í okkara foldarlívi fara vit at fata loynidómin um Gud, sum í kærleika gav Son Sín sum loysigjald fyri okkara syndir. Tað verkið, sum okkara endurloysari útinti á hesari jørð, er og fer altíð at vera eitt evni, sum gongur longur, enn okkara fatanarevni náa. Menniskjan kann brúka alla sína mentalu orku í royndunum at fata hendan loynidómin, men okkara sinni troyttast og útlúgvast. Tann treiskasti endar við at síggja eitt markleyst, endaleyst hav.

Sannleikin, sum hann er í Jesusi, kann upplivast, men ongantið forklárast. Hann er hædd og breidd og dýpd langt uttanfyri okkara vit. Vit kunnu toyggja okkara sjónarmið so langt, vit fáa, og síggja bara káma kantin av einum kærleika, sum ikki kann forklárastgreiðast frá; sum er so høgur sum himmalin, men sum rakk niður á jørðina at seta merki Guds á alla mannaættina.

Hóast tað, so er tað møguligt hjá okkum at síggja alt tað, sum vit megna av andaligari samkenslu. Tað er breitt út til ta eyðmjúku, leitandi sálina. Vit fara at skilja Guds samkenslu í sama mun, sum vit móttaka offur Hansara fyri okkum. Sum vit søkja í Orðinum við eyðmýkt, fer stóra málið um fyrigeving at liggja opið at kanna. Tað fer at vaksa í ljósinum, og so hvørt vit royna at fáa fatur á tí, veksur tað í hædd og dýpd.

Lív okkara eigur at verða bundið at lívi Kristusar; vit eiga at taka lut saman við Honum, taka lut í Honum, livandi breyðinum, sum kom av Himli; drekka vatnið úr livandi kelduni og njóta alskyns skattir.

Um vit hava Harran fyri okkum; loyva hjørtum okkara at flóta yvir í takksemi og lovprísan til Hansara, fer andaliga lív okkara altíð at vera frískt. Bønir okkara til Gud fara at vera náttúrligar sum tær samrøður, vit hava við vinir okkara. Hann fer at tala við okkum persónliga, siga okkum loyndarmál.

Stundum fáa vit eina søta, glaða kenslu av, at Hann er beint hjá okkum. Mangan brennur hjarta okkara í okkum, sum Hann er tætt hjá okkum og heldur máltíð saman við okkum eins og við Enok á sinni. Tá hettar er í sannleika tað, sum ein trúgvandi upplivir, tá fer lív hansara at verða merkt av einfaldi, eyðmýkt, spaklyndi, undirgivni, og øll fara at síggja, at hesin hevur møtt Jesusi og hevur lært av Honum.

Í teimum, sum eiga hana, fer trúgvin á Kristus at sýna seg sum ein livandi, gjøgnumstreymandi lívsregla, ein livandi, virkandi, andalig megi. Har er ein frískleiki og kraft og gleði. Tað hjartað, sum tekur ímóti Orði Guds, er ikki sum vatnið, sum svinnur burtur; ikki sum eitt brotið kar, sum hevur mist sín skatt. Tað er sum ein á á einum fjalli, sum keldurnar alsamt flóta til og skola yvir steinar og grýti og leska hin tysta og tann, sum hevur tungar byrðar at bera.

Slíkar upplivingar geva hvørjum lærara í sannleikanum tær dygdirnar, sum gera hann til eitt Kristi umboð. Andin í Kristi læru virkar sum ein kraft og leiðir til hansara samband og til hansara bønir. Vitnisburður hansara um Kristus gerst ikki ein smøl, deydlig einatala. Lærarin fer ikki at tala aftur og aftur um sama evnið. Hugur hansara verður opin fyri teimum mongu hugmyndunum, sum Heilagi Andin virkar.

Kristus sigur, 'Hvør tann, sum etur kjøt mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív … Sum livandi Faðirin hevur sent Meg, og eg livi við Faðirinum, so skal hann, sum etur meg, eisini liva við mær … Tað er Andin, sum ger livandi; … orðini, ið eg tali við teg, eru andi, og tey eru lív.' Joh. 6,54-63.

Tá vit eta hold Kristusar og drekka blóð Hansara (taka tað til okkum, fáa tað inn í okkara veru), hevur læran part í æviga lívinum. Læran gevst at vera tom og lítið sigandi. Teir gomlu sannleikarnir koma fram, men í nýggjum ljósi. Sannleikin fær nýggja meining, eina klárheit og styrki, sum øll varnast.

Tey, sum hava tann framíhjárætt at hoyra slíka talu, og um tey lata Heilaga Andan sleppa framat, kenna ein sterkan mátt frá einum nýggjum lívi. Login av Guds kærleika verður tendraður í teimum. Teirra evni at skilja verða vakt til at síggja vakurleikan og stórleikan í sannleikanum.

Hin trúfasti húshaldarin er ein mynd at tí, sum hvør ein, sum er lærari hjá børnum og ungum, skuldi verið. Um hann ger Guds Orð til sín skatt, so fer hann støðugt at draga fram nýggjan vakurleika og nýggjar sannleikar.

Um lærarin setur sítt álit á Gud í bøn, so er Andi Kristusar í honum og Gud virkar gjøgnum hann og inn á sinnini hjá øðrum. Andin fyllir hugan og hjartað við søtum vónum og dirvi og Bíbilskum myndum, og alt hettar fer inn í hin unga, so hvørt sum hann lærir tey.

Keldurnar av himmalskum friði og gleði, sum streyma út úr sálini hjá læraranum gjøgnum kveikjandi orð, eru sum ein stór á av ávirkan í øllum, sum koma í samband við hann. Tá tykist Bíblian ikki at vera ein strævin bók at læra.

Við einum vísum lærara gerst Orðið alsamt meiri áhugavert. Tað verður sum lívsins breyð og gerst ongantíð gamalt. Tað er nýtt og átiligt og børnini og tey ungu dragast og gleðast um tað. Tað er eins og tá sólin skínur á jørðina, støðugt ljóst og lýtt, uttan at nakar troyttast.

Guds heilagi, uppalandi andi er í Orðinum. Eitt ljós, nýtt og dýrabart, skínur av hvørjari blaðsíðu. Sannleikar verða avdúkaðir, og orð og setningar gerðast ljósir og hóskandi til eina og hvørja støðu, soleiðis sum rødd Guds talar til sálina.

Heilagi andin gleðist um at tala til tey ungu og at luta við teimum skattirnar og vakurleikan í Guds Orði. Lyftini, sum Stóri Lærumeistarin sigur frá, bergtekur teirra sansir og ger sálina livandi við andaligari kraft, sum er yvirnáttúrlig.

Kunnleikin um og sambandið við tey andaligu tingini ala fram ein tryggleika, sum virkar sum ein forðing fyri freistingum.

Sannleikin í Orðinum gerst alsamt størri og fær eina breidd og fyllu, sum vit ikki kundu droymt um. Vakurleikin og virðið í orðunum hava mátt til at broyta sinnið og viljastyrkina. Ljósið frá himmalska kærleikanum fer inn í hjartað sum ein ígongdsetari.

Sum Bíblian verður granskað, veksur virðingin fyri Henni. Hvagar næmingurin so vendir sær, finnur hann Guds endaleysa vísdóm og kærleika.

Týdningurin av jødiska húsarhaldinum skilst ikki reiðiliga enn. Sannleikin, so umfatandi og týdningarmikil, liggur enn í skugganum av skriftum og myndum.

Evangeliið, ella gleðiboðskapurin, er tann lykilin, sum skal loysa upp fyri loyndarmálinum. Gjøgnum kunnleikan um ætlanina við frelsuni, leyskeypingini, kann sannleikin leggjast opin, so hann kann fatast.

Vit hava forrættin til at fata hettar undurfulla loyndarmálið.Vit kunnu týða djúpu spurningarnar um Gud. Einglar tráa eftir at síggja inn í sannleikar, sum verða latnir upp fyri teimum, sum í álvara søkja í Guds Orði og í álvarsemi biðja eftir at kenna longdir og breiddir og dýpi av tí, sum eina Gud kann geva.

Sum vit nærkast endanum á hesum tíðarskeiðinum í heimssøguni, mugu vit serliga granska profetorðini, sum hava at gera við síðstu dagar. Seinasta bókin í skriftunum í Nýggja Testamenti er full av forsagnum, sum okkum tørvar at skilja. Hin óndi hevur blindað mong, so tey eru fegin um hvørt høvi at sleppa sær undan at lesa Opinberingina. Men Kristus hevur, við tænara sínum Jóhannesi, sagt, hvat fer at henda á 'síðstu døgum', og hann sigur: 'Sælur er hann, ið lesur, og sæl eru tey, sum hoyra profetorðið og varðveita tað, sum harí er skrivað; tí tíðin er nær'. Op.1:3.

Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus. (Jóh.17:3) Hvussu ber tað til, at vit ikki duga at meta um virðið í hesum orði? Hví brenna ikki hesi stórfingnu orðini í okkara hjørtum, skelva á varrum okkara og treingja ígjøgnum alla veru okkara?

Tá Gud gav okkum Sítt Orð, so gav hann okkum eisini alt, sum skuldi til, so at vit skuldu skilja frelsugerningin. Túsundir hava oyst vatn úr hesum livsbrunnum, og tó er líka nógv eftir. Túsundir hava tikið Harran til sín og eru broytt til somu mynd. Andi teirra brennur í teimum tá tey tosa um Hann og siga frá, hvønn týdning Hann hevur í teirra lívi, og hvørji tey eru í Kristusi.

Men hesi søkjandi hava ikki til fulnar granskað hesi stórfingnu og heilagu økini. Onnur túsundir eru í ferð við at granska loyndarmálið um frelsuna. Ljósstrálur skyggja, meðan tey hugsa um Kristi lív og tænastu og royna at skilja sannleikan. Hvørjaferð leitað verður, sæst okkurt áhugavert djúpari niðri, sum ikki enn er komið til sjóndar. Evnið er endaleyst stórt. Granskingin av veru Jesusar, komin til jarðar í holdi, offraður fyri syndirnar, sum vit onnur hava gjørt,

Hettar kann upptaka ídnar granskarar so leingi, til eingin tíð er eftir; Tá hann so skoðar Himmalin øld eftir øld, fer hann at siga: 'Sanniliga, stórt er undurverk guddómsins.

Í Ævinleikanum fara vit at skoða tað, sum hevði opnað okkara eygu, um vit høvdu havt alt tað ljósið, sum var møguligt at hava her. Málið um frelsuna, endurloysnina, fer at upptaka loystu hjørtu, huga og tungu okkara í ævirnar.

Tá fara vit at skilja alt tað, sum Kristusi leingist eftir at læra sínar lærusveinar, men sum teir ikki dugdu - ella høvdu trúgv til - at tilogna sær.

Í ævinleikanum fara vit at síggja og skilja Kristi fullkomileika og dýrd. Gjøgnum endaleysar tíðir fara trúfastir húshaldarir at finna skattir - nýggjar og gamlar.