Kristi ætlanarlæra kapitel 12. Fra side 139tilbage

Bidja fyri at geva

Hettar kapitlið byggir á Lukas 11:1-13
Kristus fekk áhaldandi orð frá Faðirinum, so at Hann kundi samskifta við okkum. "Orðið, sum tit hoyra" sigur Hann, "er ikki Mítt, men Faðirins, sum hevur sent Meg". Jóh. 14:24. "Menniskjasonurin kom ikki fyri at verða tæntur, men fyri at tæna". Matt. 20:28. Ikki fyri Seg Sjálvan, men fyri onnur, livdi og hugsaði og bað Hann. Eftir tímar saman við Gudi kom Hann morgun eftir morgun fyri at bera ljósið av Himli til menniskjuni. Dag eftir dag fekk Hann ein nýggjan Andans Dóp. Harrin vakti Hann úr svøvni, og sál og varrar Hansara vóru salvað við náði, sum Hann kundi bera øðrum. Orðini fekk Hann av nýggjum úr Himmalsins salum; orð til teirra, sum vóru óttafull og kúgað. "Harrin Harrin hevur givið Mær lærusveinatungu, so Eg skal duga at styrkja hin móða við Orði Mínum; Hvønn morgun vekur Hann oyra Mítt, "Hann vekur tað, so eg skal hoyra, sum lærusveinar hoyra". Es. 50:4.

Bønir Kristusar og soleiðis sum Hann samskifti við Gud rørdu lærisveinar Hansara nógv. Ein dagin, teir høvdu verið burtur frá Harra teirra eina stutta stund, funnu teir hann biðjandi. Tað tóktist ikki, sum Hann visti, at teir vóru har, og Hann helt á at biðja hart.

Hjørtu lærusveinanna vóru djúpt rørd. Tá Hann gavst at biðja, søgdu teir: "Harri, lær okkum at biðja".

Kristus svaraði við bønini "Faðir Vár", sum Hann hevði sagt teimum í fjallaprædikuni. Síðani lýsti Hann boðskapin við læruni, Hann vildi læra teir: "Um ein tykkara", segði hann, "eigur vin, sum mitt um náttina fer inn til hansara og sigur": "Góði vinur, læn mær trý breyð, tí ein vinur mín er komin ferðandi og eg havi einki at bjóða honum", og hann so svarar innanífrá: "Lat meg fáa frið; dyrnar eru longu læstar og børn míni og eg eru longu løgst. Eg kann ikki fara upp og geva tær nakað".

Eg sigi tykkum: Um hann so ikki fer upp og gevur honum, tí teir eru vinir, fer hann kortini upp, tí hann noyðir hann, og gevur honum tað, sum honum tørvar

Her umboðar Kristus tann, sum biður. Han noyðist at fáa breyðið, annars kann hann ikki geva tí troytta náttargestinum. Hóast grannanum ikki dámar at verða órógvaður, so vil hann ikki standa ímóti bønini; vinur hansara má hjálpast; og at enda er umbøn hansara eftirlíkað og hann fær tað, sum hann biður um.

Á sama hátt eiga lærusveinar Kristusar at søkja signingar frá Gudi. Í søguni um tá Jesus mettaði heilar skarar av fólkum og í prædikuni um breyð av Himli, opnaði Hann vegin, so at tey kunnu vera umboð Hansara. Tey skuldu geva fólkinum breyð lívsins. Hann, sum gav teimum teirra verk at útinna, sá mangan, at teirra trúgv varð roynd. Tey komu í truplar umstøður og viðurkendu hvussu tey, sum menniskju, ikki kundu liva upp til teirra royndir. Sálir, sum hungraðu eftir at fáa breyð lívsins, fóru at koma til teirra, og tey kenna, tí tey sjálvi líða neyð og eru hjálparleys. Teimum tørvar andaliga føði, annars hava tey einki at geva. Men tey mugu ongan senda svong avstað aftur. Kristus peikar teimum á, hvaðani maturin kemur. Tað maðurin, hvørs vinmaður kom á nátt, varð ikki sendur avstaðaftur tómhentur. Hann hevði einki at borðreiða við, men fór til ein, sum átti mat, og trýsti á, til hann hevði fingið tað, honum tørvaði. Og man ikki Gud, sum sendi tænarar sínar út at geva svongum at eta, gevur eftir tørvi til Sítt egna verk?

Men hin sjálvsøkni grannin í líknilsinum avmyndar ikki Guds hjartalag. Tað, vit læra av hesum, er ikki ein samanbering, men ein andsøgn. Ein sjálvsøkin fer at umbera seg, tí vinmaðurin er til ampa; og hann verður órógvaður mitt um náttina. Men Gud gleðist um at geva. Hann er fullur av samkenslu og Honum leingist eftir at geva eftir fyri teirra umbønum, sum koma til hansara í trúgv. Hann gevur okkum, so at vit kunnu tæna øðrum og soleiðis gerast Gudi lík.

Kristus sigur, "Biðið, og tykkum skal verða givið; leitið, og tit skulu finna; bankið á dyrnar, og so skal verða latið upp. Tí hvør tann, sum biður, fær; tann, sum søkir, finnur; og tann, sum bankar uppá, honum skal verða latið upp.

Frelsarin heldur fram: "Hvør tykkara man geva syni sínum ein stein, tá hann biður um eitt breyð, ella geva honum ein orm, tá hann biður um ein fisk? Tá nú tit, sum eru ónd, vita at geva børnum tykkara góðar gávur, hvussu mangan meiri vil so ikki faðir tykkara, sum er í Himli, geva teimum góðar gávur, sum biðja Hann!

Til tess at styrkja okkara álit á Gud lærir Kristus okkum at venda okkum til Hansara við einum nýggjum navni; einum navni, sum fær okkum at hugsa um tað, sum er okkum kærast. Hann gevur okkum rætt til at kalla Hin alvalda Gud okkara faðir. Hettar navnið, sum vit ákalla Hann við og kalla Hann, er tekin um okkara kærleika til og álit á Hann og eitt pant um Hansara kærleika og tilknýti til okkara. Tá vit ákalla Gud sum Faðir, er tað sum tónleikur í Hansara oyrum. Skuldu vit kent tað ov mikið, endurtekur Hann tað aftur og aftur. Hann ynskir, at vit skulu kenna Hann sum Faðir okkara.

Gud sær okkum sum Síni børn. Hann hevur loyst okkum út úr hesum tankaleysa heimi og hevur valt okkum at vera partur av Sínari familju, synir og døtur hjá Himmalska Konginum. Hann bjóðar okkum at trúgva Honum við einum áliti, sum eg djúpari og sterkari enn hjá einum barni fyri sínum jarðiska faðiri. Foreldur elska síni børn, men kærleiki Guds er størri, breiðari, djúpari, enn mannakærleiki hevur møguleika fyri at fevna. Hann er ómetandi. So, um jarðisk foreldur vita at geva børnum sínum góðar gávur, hvussu mikið meiri skal okkara Faðir í Himli geva Heilaga Andan til teirra, sum biðja Hann?

Vit eiga at leggja okkum Kristi lærur um bøn væl í geyma. Har er ein Gudgivin meginregla í bøn, og myndirnar sýna okkum alt tað, sum neyðugt er hjá øllum at fata. Hann vísir okkum tann sanna andan í bøn. Hann lærir okkum, hvussu neyðugt tað er at vera áhaldandi, tá vit leggja bønir okkara fram fyri Gud og Hann vissar okkum um, at Hann er til reiðar at lurta og svara bønum.

Bønir okkara eiga ikki at vera sjálvsøknar áheitanir, sum bara síggja til okkum sjálvi. Endamálið má vera at biðja, so vit kunnu geva. Meginreglurnar við lívi Kristusar eiga at vera meginreglurnar í okkara egna lívi. "Fyri teirra skuld," segði Hann og meinti við Sínar lærusveinar, "halgi eg Meg, so at teir eisini kunnu verða halgaðir. Jóh. 17:19. Hin sama halganin, hitt sama undirgivni undir krøvini í Guds Orði, sum var í krøvunum, sum var sjónliggjørt í Kristi, má eisini vera í Hansara tænarum. Okkara virksemi fyri heiminum er ikki at tæna ella hjálpa okkum sjálvum; vit eiga at æra Gud við at samstarva við Honum, so at syndarir verða frelstir. Vit eiga at biðja eftir signingum frá Gudi, sum vit síðani siga øðrum frá. Evnini at taka ímóti verða einans varðveitt við at luta tey við onnur. Vit kunnu ikki blíva við at taka ímóti Himmalskum skattum uttan at luta við tey, sum vit koma í samband við.

Í líknilsinum varð hann, sum spurdi, avvístur aftur og aftur, men hann gavst ikki at biðja. Soleiðis er tað ikki altíð, við at okkara bønir verða svaraðar beinanvegin; men Kristus lærir okkum, at vit ikki skulu gevast at biðja. Bønin skal ikki broyta nakað við Gudi; hon skal gera okkum sátt við Gud. Tá vit leggja okkara ynskir fram fyri Gud, kann tað henda, at vit gerast var við, at vit eiga at rannsaka okkum sjálvi og angra okkara syndir. Tí gevur Hann okkum royndir og trongdir. Hann leiðir okkum gjøgnum eyðmýkt, so vit síggja, hvussu vit sleppa undan, at virki Halgi Andans verður forðað.

Treytir eru, fyri at lyftir Guds kunnu uppfyllast, og bønir kunnu ongantíð ganga fram um pliktirnar. "Elska tit meg", sigur Kristus, "so haldið boð Míni". "Hann, ið hevur boð Míni og heldur tey, hann er tann, sum elskar Meg. og tann, sum elskar Meg, skal Faðirin elska; eisini Eg skal elska Hann og gera Meg kendan fyri honum. Jóh. 14:15,21. Tey, sum leggja síni mál fram fyri Gud, væntandi at Gud svarar, hóast tey ikki gera eftir boðum Guds, vanæra Jehova. Tey brúka Kristi navn sum teirra myndugleika til at lyftini verða uppfylt, men tey gera ikki tað, sum sýnir, at tey hava trúgv til og kærleika til Kristus.

Mong eru, sum missa møguleikan fyri at verða góðtikin av Gudi. Vit noyðast at kanna eftir, hvat vit gera, tá vit koma fram fyri Gud. Geva vit til Guds verk, men eru ólýðin, hava vit ikki uppfylt treytirnar, hóast peningurin hevur fult virði. Vit minna Gud á Hansara lyfti og biðja um, at Hann uppfyllir tey, samstundis sum Hann hevði vanært Sítt navn, um hann gjørdi tað.

Lyftið sigur: "Verða tit í Mær og verða Orð Míni í tykkum, so biðið um, hvat tit so vilja, og tit skulu fáa tað". Jóh. 15:7. Og Jóhannes sigur: "Av tí skulu vit vita, at vit kenna Hann: At vit halda boð Hansara. Tann, ið sigur: "Eg kenni Hann!" og heldur ikki boð Hansara - hann er lygnari, og í honum er sannleikin ikki. Men tann, ið heldur Orð Hansara, í honum er av sonnum kærleiki Guds vorðin fullkomin. Jóh. 2:3-5.

Eitt av seinastu boðum Kristusar til lærusveinar Hansara var: "Elskið hvør annan, eins og eg havi elskað tykkum". Jóh. 13:34. Lýða vit hettar boðið, ella geva vit okkum yvir til atburð, sum er hvassur og ókristiligur? Um vit onkursvegna hava skatt ella sært onnur, er tað okkara plikt at viðganga okkara mistøk og royna at mekla. Tað er ein týðandi partur av at koma fram fyri Gud í trúgv, at vit biðja um Hansara signing.

Har er eisini ymist annað, sum tann, ið søkir Harran í bøn, mangan gloymir. Hevur tú verið erligur yvirfyri Gudi? Gud sigur við Malakias profet: "Líka frá teimum døgum, fedrar tykkara livdu, hava tit vikið burtur frá lógum Mínum og ikki hildið tær; vendið við til Mín, so skal Eg venda við til tykkara - sigur Harrin Gud herskaranna". "Tit siga: "Hvørjum skulu vit venda við frá?" Skal tá menniskjan ræna frá Gudi, síðani tit ræna frá Mær? Tit siga: "Hvat hava vit rænt frá Tær?" Tíggjundina og hinar heiløgu gávur! Malakias 3:7-8.

Gud, sum útvegar allar signingarnar, krevur ein ávísan part av tí, sum vit hava. Hettar er Hansara ískoyti til at stuðla kunningina um gleðiboðskapin. Og tá tað verður givið aftur til Guds, eiga vit at vísa, at vit gleðast um Hansara gávur. Men halda vit aftur og ikki geva tað, sum Hann eigur, hvussu skulu vit tá kunna krevja, at Hann vælsignar okkum? Um vit eru óálítandi í at umsita tey tímiligu tingini, hvussu kunnu vit tá vænta, at Hann tillutar okkum tey Himmalsku? Møguliga liggur her svarið til okkara ósvaraðu bønir.

Men í stóru náði Síni er Harrin til reiðar at fyrigeva, og Hann sigur: "Berið alla tíggjundina inn í goymsluna, so matur kann vera í húsi Mínum - roynið Meg á henda hátt - um Eg ikki tá lati upp lúkur himmalsins fyri tykkum og lati signingar í yvirflóð streyma niður yvir tykkum! Eg skal styggja burt etaran* fyri tykkum, so hann forkemur tykkum ikki grøði landsins, og víntræ tykkara á markini skal ikki standa við ongum ávøksti - sigur Harrin Gud herskaranna.. Øll fólkasløg skulu prísa tykkum lukkulig; tí land tykkara skal tá vera yndisligt land - sigur Harrin Gud herskaranna. Malakias 3:10-12.

Soleiðis er við øllum treytum Guds. Allar gávur, sum lovaðar eru, eru treytaðar av lýdni. Gud hevur ein Himmal, sum er rokaður við signingum til teirra, sum vilja samstarva við Honum. Øll, sum lýða Hann, kunnu í áliti vænta, at lyftir Hansara halda.

Men vit mugu hava eitt fast og óvikandi álit á Gud. Stundum bíðar Hann við at svara fyri at royna okkara trúgv ella hvussu heilhjartað ynski okkara er. Hava vit biðið í samsvari við Hansara Orð, eiga vit at trúgva lyftum Hansara og halda fast við tað, vit hava biðið um, til eingin ivi er.

Gud sigur ikki: "Bið einaferð, og tú skalt fáa". Hann biður okkum um at spyrja. Biðið áhaldandi. Áhaldandi bønin ger, at tann, ið biður, verður meiri tilvitaður um tað, biðið verður um og tilsvarandi íðin at fáa tað, sum biðið verður um. Kristus segði við Martu við grøvina hjá Lasarus: "Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skalt tú síggja dýrd Guds! Jóh 11:40

Men mong hava ikki eina livandi trúgv. Tí er tað, at tey ikki síggja meiri til kraftina, sum Gud hevur. Teirra veikleiki kemur av vantrúgv. Tey líta heldur á teirra egna virksemi enn á Guds virksemi fyri tey. Tey royna at verja seg sjálvi. Tey leggja ætlanir, men biðja sjálvdan og hava í veruleikanum lítið álit á Gudi. Tey halda, at tey trúgva, men tað kemur sjáldan fram. Tá tey ikki geva sær far um tað, teimum tørvar, ella Guds vilja at geva, so gevast tey at biðja.

Bønir okkara eiga at vera líka erligar og áhaldandi sum tær hjá vininum, sum bað um breyð á miðjari nátt. Tess erligari og áhaldandi vit biðja, tess nærri fer okkara andaliga samband við Kristus at vera. Vit fara at fáa størri signingar, tí vit hava størri trúgv.

Okkara uppgáva er at biðja og trúgva. Vak og bið. Vak í samveru við Gud, sum hoyrir bønir. Hugsa um, at 'vit eru samverkamenn Guds".1.kor 3:9.Tala og virka í samsvari við tínar bønir. Har verður stórur munur á, um tínar royndir fara at vátta, at tú hevur eina sanna trúgv, ella tað vísir seg, at tínar bønir bara eru ein viðfáningur.

Tá óvissur koma og trupulleikar leika á, leita tær so ikki hjálp frá menniskjum. Lít á Gud í øllum. Um tú gert tað, at tú letur teg upp fyri øðrum, viknar tú og tú styrkir ikki onnur. Tað kann geva teimum andaligar trupulleikar, sum tey ikki duga at handfara. Vit søkja styrki frá veikum menniskjum, sum kunnu mistaka seg, har vit kundu fingið styrki frá tí einasta, sum ongantíð mistekur seg. Sjálvum Gudi.

Tað er ikki neyðugt hjá tær at fara til heimsins enda eftir vísdómi, tí Gud er nær hjá tær. Tað eru ikki tíni evni sum gera, at tú lukkast; tað er, hvat Harrin kann gera fyri teg. Vit eiga at gera okkum minni bundin at, hvat menniskju kunnu gera, og hava nógv størri álit á, hvat Gud kann gera fyri hvørja trúgvandi sál. Honum leingist eftir, at tú skalt greiða stór mál frá Honum. Honum leingist eftir at geva tær kunnskap í tímiligum og andaligum viðurskiftum. Hann kann skerpa titt vit. Hann kann geva skilagóð og lærurík ráð. Legg tín dugnaskap í títt virksemi og bið Gud um vísdóm, og hann fer at verða givin tær.

Brúka Orð Guds sum tína trygd. Hevur Hann ikki boðið tær at koma til Sín? Tala ikki, sum um eingin vón var, ella í mistreysti. Gert tú tað, fert tú at missa almikið. Sært tú eitthvørt og gremur teg, um trupulleikar og neyð koma á tín veg, váttar tú eina veika og ússaliga trúgv. Tala og virka sum um tín trúgv er óvikandi. Harrin hevur mangar útvegir; Hann eigur allan heimin. Hygg uppeftir í trúgv. Hygg á Hann, sum er ljós og styrki og virkandi máttur.

Í sannari trúgv er framgongd, fastir setningar og eitt trygt endamál, sum ikki slítist av tíð ella stríði. Unglingar møðast og verða máttleysir; ungir menn noyðast at lúta, men tey, sum bíða eftir Harranum, fáa nýggja kraft; tey lyfta veingjunum sum ørnir; tey renna og møðast ikki, tey ganga, og lúgvast ikki. Es. 40:30,31.

Mong eru, sum fegin vilja hjálpa, men tey kenna, at tey ikki hava nakra andaliga styrki ella ljós at veita øðrum. Lat hesi bera síni ynski við náðitrúnuna. Bið um at fáa Heiliga Andan. Gud stendur aftanfyri hvørt lyfti, Hann hevur givið. Sig, við Bíbliuni í hondini: Eg havi gjørt tað, sum Tú hevur sagt. Her eru Tíni lyftir; "Bið, og tað skal verða givið tær; søk, og tú skalt finna; banka uppá, og tað skal verða latið upp fyri tær.

Vit skulu ikki bara biðja í Jesu navni, men leidd av Heilaga Andanum. Hettar er frágreiðingin, tá sagt verður, at "Andin sjálvur gongur í forbøn fyri okkum við suffum, sum ikki kunnu sigast". Róm.8:26. Slíkar bønir gleðir Gud seg til at svara. Vit teska eina bøn í Kristi navni, í álvara og kraft, í samsvari við lyftið frá Gudi um, at Hann er við at svara okkara bøn: "At gera langt út yvir alt tað, vit biðja um ella fata. Ef. 3;20.

Kristus hevur sagt:" Hvat tit so biðja um, tá tit biðja, trúgvið at tit fáa tað, og tað skal verða tykkum givið". Mrk. 11:24. "Hvat tit so ynskja, tá tit biðja í Mínum Navni, skal eg gera, so at Faðirin kann verða dýrmettur í Soninum". Jóh. 14;13. Og tann elskaði Jóhannes, ávirkaður av Heilaga Andanum, talar við stórari fríðmóð: "Hvat vit so biðja um eftir Hansara vilja, so hoyrir Hann okkum; og um vit vita, at Hann hoyrir okkum, hvat vit so biðja um, so vita vit, at vit hava tað, sum vit hava biðið Hann um." 1.Jóh.5:14,15. So bið álvarsliga til Faðirin í Jesu Navni. Gud fer at æra tað navnið.

Ælabogin um trúnuna er ein trygd fyri, at Gud er sannur, at Hann ikki broytist, at hjá Honum er eingin broytandi skuggi. Vit hava syndað móti Honum og havi ikki uppiborið, at hann leggur í okkum; kortini hevur Hann sjálvur lagt á varrar okkara ta undurfullu bønina: Fyri Navns Tíns skuld, koyr okkum ikki frá Tær; gev ikki hásæti dýrdar tínar upp til vanæru; minst sáttmála Tín við okkum og brót hann ikki! Jer. 14:21. Tá vit koma til Hansara og játta okkara virðisloysi og syndir, hevur Hann givið lyftið við Sær Sjálvum, at geva bønum okkara ans. Heiðurin fyri trúnu Hansara er grundfest á uppfyllingina av Orði Hansara til okkara.

Eins og Áron, ímyndin av Kristusi, ber Frelsari okkara nøvnini hjá øllum fólki Sínum í sínum heiløgu hjartakømurum. Okkara stóri høvuðsprestur minnist hvørt orð, sum Hann hevur álagt okkum at líta á. Hann minnist altíð sína pakt.

Øll, sum søkja Hann, skulu finna Hann. Øll, sum banka uppá, skulu síggja opnar dyr. Har verður eingin umbering: "Ikki órógva", "hurðin er læst"; "Eg fari ikki at lata upp"! Eingin fer at uppliva, at Hann ikki fær hjálp. Tað fer at bera til at biðja um breyð um náttina, so svangar sálir kunnu fáa at eta.

Í líknilsinum um tann, sum biður læna sær breyð til tann fremmanda, fær hann "so nógv, sum tørvur er á." Og í hvørjum máli fer Gud at geva okkum, so vit kunnu geva øðrum? "- sum gáva, tilmáld av Kristusi. Ef.4:7. Einglar fylgja við stórum áhuga við í, hvussu ein fer við sínum medmenniskjum. Tá ið tey síggja onkran hava atburð fyri tí falna, sum líkist Kristusi, fara tey til hansara og minna hann á orð at siga, sum eru sum lívsins breyð til sálina. So, Gud fer at geva tær alt, tær tørvar eftir Sínum ríkidømi í dýrdini við Kristi Jesusi. Filip 4:19. Tykkara vitnisburð fer Hann, so ektaður og serstakur, at gera kraftmiklan í kraftini í lívinum, sum er fyri framman. Orðið frá Harranum fer at vera í munni tínum sum sannleiki og rættvísi.

Nógv eigur at verða biðið í loynikamarinum fyri persónligum royndum at leiða menniskju til Kristus, tí tað krevur stóran vísdóm at skilja, hvussu ein kann hjálpa við at leiða fólk til frelsu. Samskift við Kristus, áðrenn tú samskiftir við menniskju. Fyrireika teg við Himmalsku trúnuna sum fyrireiking til at greina gleðiboðskapin fyri menniskjum.

Lat títt hjarta banka av longsli eftir Gudi, tí livandi Gudi. Kristi lív hevur víst, hvat mannaættin kann gera við at taka lut í tí gudgivnu náttúruni. Alt, sum Kristus fekk frá Gudi, kunnu vit eisini fáa. So bið og tak ímóti. Ver úthaldandi í trúnni, sum Jákup; ver við óboyggjandi treystinum hjá Eliasi, krev av Gudi alt, sum Gud hevur lovað tær.

Lat Guds undurfullu útsagnir fanga títt sinni. Lat lív títt bindast saman við Jesu lív við ósjónligum leinkjum. Hann, ið beyð, at ljós skuldi skína í myrkrinum, er til reiðar at lata tað skína í tínum hjarta fyri at geva kunnleikans ljós um Guds dýrd í andliti Jesu Krists. Heilagi Andin fer at taka tað, sum hoyrir Gudi til, og avdúka tað sum ein livandi mátt inn í tað lýdna hjartað. Kristus skal leiða teg til gáttina av tí óendaliga. Tú fert at síggja dýrdina aftanfyri forhangið og avdúka fyri menniskjum, at tað er nóg mikið at hava Hann, sum livir í ævir, at biðja fyri okkum.