Kristi ætlanarlæra kapitel 13. Fra side 150tilbage

Teir báðir tilbiðjarirnir

Hettar kapitlið byggir á Lukas18:9-14.
"Til teirra, sum líta á, at tey eru rættvís, og halda hánt um onnur", segði Jesus líknilsið um farisearan og tollaran. Farisearin fór upp til templið; ikki tí hann kendi, at hann var ein syndari, sum tørvari fyrigeving, men tí hann helt, at hann var rættvísur og vónaði at verða róstur. Hann sær sína tilbiðjan sum eina góða gerð, sum bæði Gud og menniskju fara at tilskriva honum. Tilbiðjan hansara byggir á kærleika til sín sjálvs.

Og hann er fullur av sjálvrósi. Hann sær tað, hann heldur tað, hann biður við tí. Heldur seg burtur frá øðrum, sum um sagt verður: "Ver, har tú ert, nem ikki við meg, tí eg geri, at tú verður halgaður!" Esajas 65:5. Fullnøgdur við seg sjálvan heldur hann, at tað er soleiðis, Gud og menniskju síggja hann.

Eg takki tær, Gud, sigur hann, at eg ikki eri sum onnur menniskju; ránsmenn, órættvís, ótrúgv, ella sum hasin tollarin. Hann samanber seg sjálvan; ikki við Guds veru, men við, hvussu onnur menniskju liva. Hugsanir hansara venda sær frá Gudi til menniskju. Tað er svarið til hansara nøgdsemi við seg sjálvan.

So fer hann at reksa upp sínar góðu gerðir: "Eg fasti tvær ferðir um vikuna og eg gevi tíggjundapartin at allari inntøku mínari." Trúgvin hjá farisearanum nær ikki at sálini. Hann roynir ikki at gera Gudi eftir við einum hjartalagi, sum er fylt av kærleika og miskunnsemi. Hann er nøgdur við eina trúarlæru, sum bert er uttaná. Rættvísi hansara er hansara egna - avgrøðin at hansara egnu gerðum - og verður samanborin við støði menniskjans.

Ein og hvør, sum blint lítur á, at hann sjálvur er rættvísur, fer at vanvirða onnur. Soleiðis sum farisearin sær seg sjálvan í mun til onnur menniskju, soleiðis sær hann onnur út frá sær sjálvum. Hansara rættvísi verður samanborin við teirra, og tess verri, tey eru, tess størri er munurin á, hvussu rættvísur hann tykist vera. Rættvísiskensla hansara gerst til ákærur. Hann ákærir "onnur menniskju", sum ganga lætt um Guds lógboð. Soleiðis kemur andi satans fram; ákæri bróðir síns. Hann ferst saman við húski sínum - heilt uttan Guddómliga signing.

Tollarin var farin inn í templið saman við øðrum biðjandi, men hann helt seg skjótt burtur frá hinum, sum var hann óverdigur til at biðja saman við teimum. Hann var farin til síðis og hann "ikki so mikið sum lyfti sína ásjón móti himli, men sló seg fyri bróstið í beiskum treða og sjálvsfordøming". Hann kendi, at hann hevði forbrotið seg móti Gudi, so hann var syndigur og óreinur. Hann væntaði ikki so mikið sum samkenslu frá teimum, sum vóru hjá, tí tey hugdu háðandi at honum. Tey vistu, at hann ikki kundi vænta, at Gud skuldi náða hann, og hann rópti í sínum hjálparloysi: "Gud, ver mær syndara náðigur." Hann samanbar seg ikki við onnur. Niðurbrotin av skuldarkenslu stóð hann einsamallur inni fyri Guds nærveru. Einasta ynski hansara var fyrigeving og friður; einasta bøn hansara var, at Gud skuldi miskunna honum. Hann bleiv signaður: "Eg sigi tykkum," sigur Kristus: "Hesin fór rættvísgjørdur heimaftur, men ikki hin."

Farisearin og tollarin eru í tveimum stórum bólkum, sum eru skildir sundur, tá tey koma at tilbiðja Gud. Avmyndirnar av teimum síggjast aftur í teimum fyrstu børnunum, sum fødd vórðu inn í heimin. Káin helt seg vera rættvísan og hann kom fram fyri Gud bert við einum takkoffri. Hann játtaði ikki nakra synd og viðurkendi sær ikki nakran tørv á fyrigeving. Ábel harafturímóti kom við blóðinum, sum peikar til Guds Lamb. Hann kom sum ein syndari, játtandi sína falnu støðu; einasta vón hansara stóð til óuppiborna kærleika Guds. Harrin góðtók hansara offur, men ikki Káin og hansara offur. Gud vil hava okkum at leggja fram fyri Hann okkara tørvir og okkara hjálparloysi og synd, sum er fyrsta kravið fyri, at Gud kann góðtaka okkara bønir til Hansara. "Sæl eru hini fátæku í anda; tí ríki Himmiríkis er teirra." Matt. 5:3.

Til hvønn setningin um farisearan og tollaran hoyrir ein læra hjá Pæturi apostli. Tíðliga í sínari lærusveinatíð kendi Pætur seg sterkan. Eins og farisearin helt hann, at hann, eftir egnum tykki, "ikki var sum hini". Dagin fyri, at Hann varð svikin, ávaraði Kristus lærusveinarnar: "Tit fara allir at svíkja Meg." Pætur svaraði avgjørdur: "Um so øll svíkja Teg, so geri eg tað ikki!" Mar. 14:27,29. Pætur kendi ikki vandan, hann var í. Sjálvsikkurheitin lumpaði hann. Hann helt seg vera føran fyri at standa ímóti freistingini; men nakrar fáar tímar seinni kom royndin, og við hørðum orðum svór hann, at hann ikki kendi sín Harra.

Tá hanin gól, mintist hann orð Kristusar og hann og bleiv kløkkur og illa við av tí, hann júst hevði gjørt, og hann hugdi á Hann. Tað løtuna sá Kristus á Pætur við syrgni, og innanfyri tað syrgna eygnabráið sást samkensla og kærleiki, og Pætur skilti, hvat hann hevði gjørt. Hann fór útum og græt beiskliga. Hattar eygnabráið í Kristi eygum skar Pætur í hjartað. Pætur var komin til eina krossgøtu og hann angraði beiskliga sína synd. Hann var sum tollarin í sínari neyð og angur, og eins og tollarin sá hann samkenning: ì Kristi eygum og fekk hann fyrigeving.

Nú var hansara sjálvsikkurheit horvin. Ongantíð aftur endurtók hann sín stolta og geipandi verumáta.

Eftir uppreisnina varð Pætur royndur tríggjar ferðir. "Símun, sonur Jóhannus", segði Hann: "Elskar tú Meg meiri enn hinir?" Nú setti Pætur seg ikki longur hægri enn brøður sínar. Hann vendi sær til Hansara, sum dugur at lesa mál hjartans. "Harri", segði hann. "Tú veitst alt. Tú veitst, at eg havi teg kæran." Jóh.21:15.

Síðani fekk hann sína uppgávu. Eitt virksemi, sum rakk víðari og var truplari enn tað, hann hevði tikist við frammanundan. Kristus bað hann fóðra seyð Sín og føða lomb Síni. Tá hann fekk tillutað hesar uppgávur, sum Frelsarin hevði givið Sítt lív fyri, gav Kristus Pæturi hitt sterkasta prógvið fyri álitinum, tá Hann reis upp aftur. Hin áður so trilvandi, reypandi og hástóri lærusveinurin var yvirvunnin og angrandi. Hereftir fylgdi hann sínum Harra í eyðmýkt og sjálvsaga. Hann fekk lut í Kristi líðingum; og tá Kristus fer at sita á sínari dýrdartrúnu, fær Pætur lut í Hansara dýrd.

Tað ónda, sum hevði við sær, at Pætur fall frá samfelagnum við Gud, og sum læsti fariseararnar úti frá sambandinum við Gud, er prógvað við túsundum av falnum mannasálum í dag.Einki særir Gud so nógv og er so oyðileggjandi fyri menniskju, sum stoltleiki og at hava nóg mikið í sær sjálvum. Av øllum syndum er tað tað mest vónleysa, tað ringasta at sleppa burturúr.

Fallið hjá Pæturi hendi ikki knappliga, men so við og við. Sjálvrós leiddi hann til at halda, at hann var bjargaður, og eitt stig fyri og annað eftir leiddi hann hagar, til hann kundi nokta fyri at kenna sín Harra. Vit kunnu ongantíð kenna okkum trygg við okkara áliti á okkum sjálvi ella okkara kenslur hesumegin Himmalin, so at vit kunnu vera órinin fyri freistingum. Tey, sum taka ímóti Frelsaranum, uttan mun til, hvussu væl meint teirra umvending er, eiga ikki at verða lærd at siga ella føla, at tey eru frelst. Tað er villleiðandi. Øll eiga at verða lærd at tilogna sær vón og trúgv. Men enntá um vit geva Gudi okkara hjarta og vita, at Hann tekur ímóti okkum, so kunnu vit kortini falla í freistingar. Orð Guds sigur: "Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska hann".

Tey, sum taka ímóti Kristusi og í teirra áliti siga, "eg eri frelst", eru í vanda fyri at trúgva sær sjálvum. Tey gloyma teirra egna veikleika og teirra áhaldandi tørv á guddómligari styrki.Tey eru óvitandi um, hvussu hin óndi lumpar tey, og tá tey eru freistað, falla mong, eins og Pætur, niður í syndadýpið. Vit eru ámint: "Lat hann, sum heldur seg standa, ansa eftir, so at hann ikki fellur" 2.Kor.10:12. Einasta trygd okkara er eitt áhaldandi mistreysti til okkum sjálvi og at vit mugu vera fullkomiliga bundin at Kristusi.

Tað var neyðugt hjá Pæturi at læra av síni veiku viljastyrki og at honum tørvaði at fáa styrki og náði frá Kristusi. Harrin fekk ikki vart hann undan royndum, men Hann kundi havt bjargað honum undan tapi. Um Pætur hevði viljað lurtað eftir ávaring Kristusar, hevði hann vakt í bøn. Hann hevði tá gingið í pipran og ótta, so at ikki fótur hansari skuldi snáva. Og hann hevði tá fingið guddómliga hjálp, so at Satan ikki sigraði.

Pætur fall, tí hann vildi ráða sjálvur, og tað var gjøgnum angur og eyðmýkt, at hann fótaði sær aftur. Í frásøgnini um hansara royndir kann hvør angrandi syndari finna nýggja styrki. Hóast Pætur hevði syndað so ræðuliga, var hann ikki stoyttur burtur. Orð Kristusar vóru prentað í sál hansara: "Eg havo biðið fyri tær, at trúgv tí ikki skal svíkja." Luk.22:32. Í sínari sváru sálarkvøl gav hendan bønin og minnið um sjónina av Kristi kærleika og samkenslu honum nýggja vón. Eftir uppreisnina mintist Kristus Pætur og gav einglinum boðskapin til kvinnuna: "Men far og sig við lærusveinar Hansara - og við Pætur -, at Hann gongur undan teimum til Galilea. Har fara tit at síggja Hann." Mar.16:7. Frelsarin, sum fyrigevur syndir, tók móti anguri Pæturs.

Sama samkenslan, sum rakk út til at bjarga Pæturi, røkkur eisini út til hvørja sál, sum fellur í freisting. Satan hevur sjálvur funnið uppá at leiða menniskju til at synda og síðani at sleppa teimum, hjálparleys og skelvandi og bangin fyri at biðja um fyrigeving. Men hví skulu vit óttast, tá Gud hevur sagt: "Tey leitaðu sær vernd hjá Mær, gjørdu frið við Meg; ja; gjørdu frið við meg!" Es.27:5. Alt er gjørt, tí vit eru so veik, vit verða eggjað til at koma til Kristus.

Kristus gav sítt særda likam fyri at keypa Guds arv aftur og geva mannaættini eina nýggja rættargongd. Tí kann Hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum. Heb.7:25. Við sakleysa lívi Sínum, Sínum lýdni, deyða Hansara á krossinum á Golgata, gongur Kristus í forbøn fyri okkum. Og nú er tað ikki bara sum fyribiðjari fyri ta falnu ættina, at okkara Harri gongur í forbøn, men sum hin sigrandi herleiðarin. Hansara offur er fullkomið, og sum okkara fyribiðjari útinnir Hann Sítt verk, við roykilsinum av Síni egnu, fullkomnu tænastu, og bønir, játtanir av synd og tøkkir frá fólki Sínum, angandi av Hansara rættvísi, sum stígur upp til Guds sum ein søtur angi. Offrið er fullnøktandi og fyrigeving fæst fyri øll brot.

Kristus hevur lovað at vera í okkara stað og at vera trygd okkara, og Hann gloymir ongan eftir. Hann, sum ikki vildi, at nakað menniskja skal farast í allar ævir, oysti av sál Síni til deyðan fyri tey og skoðar við sorg og samkenslu hvørja sál, sum sær, at hon ikki kan frelsa seg sjálva.

Hann sær ikki ein skelvandi biðjandi uttan at reisa hann á føtur. Hann, sum gjøgnum Sítt Egna offur gav menniskjanum ótømandi styrki, kann ikki lata vera við at geva okkum burturav. Vit kunnu leggja okkara synd og stúran fyri Hansara føtur; tí Hann elskar okkum. Hvør sjón og hvørt orð vissar okkum um tað. Hann fer at skapa og dána okkara veru, soleiðis sum Hann veit best.

Har er eingin megi í øllum satans veldi, sum kann vinna á einari sál, sum í einfaldi setur sítt álit á Kristus. "Hann gevur hinum troytta kraft og hinum veika mikla styrki. Es. 40:29.

Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.. Tú skalt bert ganga við misbrot títt, at tú ert fallin frá Harranum, Gudi tínum og hevur á ymsum leiðum strokið um til hinar fremmandu Gudar, inn undir hvørt grønt træ; eftir rødd míni hava tit ikki lurtað - sigur Harrin.Og Eg skal sletta reint vatn á tykkum, so tit verða rein; frá allari óreinsku tykkara og frá øllum avgudum tykkara skal Eg reinsa tykkum. 1.Joh.1.9, Jer.3:13, Ez,36:25.

Vit mugu kenna okkum sjálvi og koma til erkennilsið, sum fær okkum at angra, áðrenn vit kunnu fáa fyrigeving og frið. Farisearin føldi seg ikki fordømdan av synd. Heilagi Andin kundi ikki gera nakað fyri hann. Sál hansara var læst inni í einum sjálvrættvísum hylki, sum pílar Guds, førdir av einglum, ikki kundu treingja ígjøgnum. Bert tann, sum kennir og veit, at hann er ein syndari, kann Kristus frelsa. Hann hevur "sent Meg at grøða hini hjartabrotnu, at bera fangum boð um, at teir skulu sleppa leysir, og blindum at tey skulu fáa sjón; at gera kúgað frí." Luk.4:18.Vit noyðast at kenna okkara vanda, annars fara vit ikki at leita okkum skýli. Vit noyðast at kenna pínuna av sárum okkara, annars fara vit ikki at ynskja eftir at verða grødd.

Harrin sigur:"Tú sigur jú: Eg eri rík og havi yvirflóð, mær fattast einki!" - og veitst ikki, at tú ert hin arma, ússaliga, fátæka, blinda og nakna! Eg ráði tær tí, at tú frá mær keypir gull, gløtt í eldi, so at tú kanst verða rík, og hvít klæði, so at tú kanst lata teg í tey og skomm nakinleika tíns skal ikki vera opinber, og eygnasalvu at salva eygu tíni við, so tú kanst síggja".Gullið, gløtt í eldinum er trúgv, sum virkar við kærleika. Bert hettar kann gera okkum sátt við Gud. Vit kunnu virka, vit kunnu arbeiða nógv; men uttan kærleika sum tann, ið er í Kristi hjarta, kunnu vit ongantíð verða tald við í familjuna í Himli.

Eingin kann skilja sínar feilir sjálvur. "Svikafullari er hjartað enn alt annað, og ónt er tað, hvør kennir tað!" Varrar kunnu tala um eina fátæka sál, sum hjartað ikki vil kennast við. Meðan vit tala við Gud um fátækan anda, kann hjartað bólgna av ímyndini av okkara djúpu eyðmýkt og stóra rættvísi. Tá vit skoða reinleika Hansara, síggja vit okkara egnu veikleikar, armóð og manglar soleiðis, sum tað veruliga er. Bert á ein hátt kunnu vit veruliga kenna sannleikan um okkum sjálvi. Vit mugu síggja Kristus. Tað er vankunnleikin um Hann, sum fær menniskju at kenna seg so upplyft í teirra egnu rættvísi. Tá vit hugsa um Hansara reinleika og stórbæri, síggja vit okkara egna veikleika og armóð og feilir, sum tey veruliga eru. Vit fara at síggja okkum vilst og vónleys, íklædd klæði av sjálvrættvísi, eins og allir aðrir syndarir. Vit fara at síggja, at um vit nakrantíð verða bjargað, so verður tað ikki, tí vit eru so góð, men vegna Guds ómáldu náði.

Bøn tollarans varð hoyrd, tí hon vísti ein tørv eftir at halda sær til almaktina. Hjá tollaranum var fatanin av honum sjálvum bara ein skomm. Soleiðis eigur tað at síggjast hjá øllum, sum søkja Gud í trúgv, - eini trúgv, sum ikki lítur á seg sjálvan - skal tann, sum biður, rætta seg eftir tí almáttugu kraftini.

Onki útvortis hátíðarhald kann koma í staðin fyri eina einfalda trúgv og avsakan av sær sjálvum. Men eingin kann heldur tøma seg fyri seg sjálvan. Vit kunnu bara líta á Kristus til at gera verkið. Tá fara orðini úr sálini at vera: "Harri, tak mítt hjarta; tí eg kann ikki geva tað. Tú eigur tað longu. Halt tað reint, tí eg kann ikki varðveita tað til Tín. Frels meg hóast meg sjálva; mítt veika, ókristiliga sjálv. Elt meg umaftur, skapa meg, reis meg upp til reinar og heilagar umstøður, har sterkir streymar av tínum kærleika renna ígjøgnum mína sál.

Tað er ikki bara í byrjanini av kristna lívinum, at hendan frástøðan frá sær sjálvum hendir. Hvørt fótafet heilt til Himmalin má endurnýggjast. Allar okkara góðu gerðir hvíla á eina kraft, sum er uttanfyri okkum sjálvi. Hvørt stig á Himmalvegnum má endurskapast. Tí er alla tíðina tørvur á, at vit av hjarta rætta okkum eftir Gudi. Ein støðug, álvarsom, hjartagrípandi játtan av synd, har sálin í eyðmýkt boyggir seg fyri Honum. Einans við støðugt at leggja okkum sjálvi til viks og halda okkum til Kristus, kunnu vit ganga trygt.

Tess nærri vit koma Jesusi, og tess klárari vit síggja Hansara reinleika, tess klárari síggja vit okkara syndir og tess minni gerst okkara tørvur á at hevja okkum sjálvi. Tey, sum Himmalin sær sum heiløg, eru tey seinastu til at kenna tørv á at sýna fram teirra egnu góðsku. Pætur apostul gjørdist ein trúgvur Kristi tænari og hann var høgt settur við heilagum ljósi og kraft: hann átti ein stóran part í at byggja Kristi samkomu; men Pætur gloymdi ongantíð sína óttafullu royndartíð og sitt fall. Synd hansara var fyrigivin; men hann visti væl, at tað var hansara veika lyndi, sum leiddi til hansara fall, og sum bara Guds náði kundi bøta. Í sær sjálvum sá hann einki ærufult.

Eingin av apostlunum ella profetunum segði seg nakrantíð at vera syndafrían. Menniskju, sum hava livað tættast at Gudi; menniskju, sum enntá vildu offrað sítt lív heldur enn at gjørt nakað skeivt við vilja; menniskju, sum Gud hevur heiðrað við guddómligum ljósi og kraft hava viðgingið teirra syndafullu náttúru. Tey hava ikki sett teirra álit á kjøtið, hava ikki pástaðið nakað rættvísi hjá sær sjálvum, men hava trúð einans á rættvísi Kristusar. Soleiðis er við øllum, sum halda seg til Kristus.

Við hvørt framstig saman við Kristusi fer angur okkara at vera djúpari.Tað er til teirra, sum Harrin hevur fyrigivið, hjá teimum, sum Hann viðurkennur sum Sítt fólk, at Hann sigur: "Tá skulu tit minnast ónda atburð tykkara og verk tykkara, sum ikki vóru góð, og tit skulu vamlast við tykkum sjálvi fyri misgerðir og viðurstygdir tykkara. " Ez.36:31. Aftur sigur Hann: "Eg skal gera sáttmála Mín við teg, og tú skalt sanna, at Eg eri Harrin. Og tú skalt minnast atburð tín og skammast, ja, skammast so, at tú býður ikki til at tala aftur, táið eg fyrigevi alt tað, ið tú hevur gjørt.- sigur Harrin HARRIN. Ez. 62,63. Tá fara varrar okkara ikki at latast upp at rósa okkum sjálvum. Vit fara at vita, at einans Kristus kann gera okkum nýtilig. "Eg veit, at í mær - í kjøti mínum - býr einki gott." Róm. 7.18. "Men eg - langt veri tað frá mær at rósa mær, uttan av krossi Harra okkara Jesu Krists, við hvørjum heimurin er krossfestur mær, og eg heiminum. Gal. 6:14.

Sambært hesum royndum er boðið: Eins og tit tí, elskaðu Míni, altíð hava verið lýðin, so arbeiðið ikki bert sum táíð eg var hjá tykkum, men uppaftur nógv meiri, nú er ikki eri hjá tykkum, við ótta og bivan uppá frelsu tykkara! Tí Gud er tann, ið virkar í tykkum - bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja Sínum. Filip.2:12,13. Gud biður tykkum ikki óttast, at hann ikki fer at uppfylla Síni lyftir, ella at Hann fer at troyttast, so Hansara samkensla svinnur. Óttast heldur fyri, at vilji tykkara kemur fram um Kristi vilja, so at hann undirgrevur tær høgu ætlanirnar, sum Gud hevur fyri tær. Óttast fyri at líta á egna styrki, so at tínir viðføddu og íkomnu vanar fara at yvirtaka títt lív. "Gud er tann, ið virkar í tær - bæði at vilja og gera, sum Honum tykir best." Óttast fyri, at ikki tú sjálvur fert at koma ímillum tína sál og stóra Meistaran. Óttast fyri at líta á egna styrki; óttast fyri at taka hond tína úr Guds hondum og royna at ganga lívsins gøtur, uttan at Hann støðugt er hjástaddur.

Vit noyðast at sleppa okkum av við alt, sum kann føra til stoltleika og til at hava nóg mikið í okkum sjálvum. Tí eiga vit at vera varin í at lata okkum smikra ella rósa. Satan er tann, sum smikrar. Hann brúkar smikur saman við ákærum og fordøming. Á tann hátt roynir hann at oyðileggja sálina. Tey, sum rósa menniskjum, brúkar satan sum sínar hjálparar. Lat arbeiðarar Kristusar koyra hvørt rósandi orð burtur frá sær. Halt ego'ið burturi. Bara Kristus eigur av verða hevjaður. "Hann, sum elskar okkum og hevur loyst okkum frá syndum okkara við blóði Sínum". Latið hvørt hjarta verða hevjað upp. Orðt.1:5.

Eitt lív, har Gudsótti býr, fer ikki at vera eitt lív í sorg og dapurskygni. Tað er frávera Guds, sum ger andlitið dapurt, og lívið gerst ein døpur pílagrímsferð. Tey, sum eru fylt við sjálvsrósi og alski til sín sjálvs, kenna ongan tørv á einum livandi, persónligum samfelagi við Kristus. Hjørtu, sum ikki eru fallin á klettin, eru errin av sær sjálvum. Menniskjan vil hava eina trúarlæru, sum hevjar tey upp. Teirra ynski er at ganga á gøtum, sum eru nóg breiðar at rúma tí, sum eyðkennir tey sjálvi. Teirra sjálvgóðska, teirra ynski eftir at verða kend og elskað og prísað, útihýsir Frelsaranum úr teirra hjørtum, og uttan Hann er niða og sorg. Men við Kristusi búgvandi í sálini spríkir gleðin fram. Hjá hvørjum tí, sum tekur ímóti Honum, er sjálvur grundtónin í Guds Orði gleði.

Tí hettar sigur hin høgi, Hann, sum situr so høgt; hann sum í allar ævir situr í hásæti og hvørs navn er Heilagur. Á hæddini og á heiløgum staði búgvi Eg - og hjá honum, sum er sundursoraður og niðurboygdur í andanum, til aftur at lívga anda teirra, ið niðurboygd eru og grøða livandi hjarta hinna sundursoraðu. Es.57:15

Tað var, meðan Móses fjaldi seg í kluftini, at hann sá dýrd Guds. Tað er, tá við fjala okkum í kloyvda klettinum, at Kristus fer at klæða okkum við Síni egnu gjøgnumstungnu hond, og vit skulu hoyra tað, sum Harrin segði sínum tænarum. Fyri okkum, sum fyri Mósesi, fer Gud at avdúka Seg sum "miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti", sum goymir náði í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd". 2.Mós.34:6,7

Endurloysingin hevur avleiðingar, sum tað er ilt hjá menniskjum at fata. "Tað, sum einki eyga hevur sæð og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í nakað menniskjahjarta. Tað, sum Gud hevur gjørt til reiðar til teirra, sum elska Hann." 1.Kor.2:9. Tá ein syndari verður drigin av Kristi kraft og nærkast tí upplyfta krossinum og dettur sum deyður niður frammanfyri honum, hendir ein nýggj skapan. Hann fær eitt nýtt hjarta. Hann verður ein nýggjur skapningur í Kristusi Jesusi. Heilagleikin veit, at einki annað krevst. Gud Sjálvur "ger tann rættvísan, sum trýr á Jesus. "Róm.3:26. "Og tey, hann hevur rættvísgjørt, hevur Hann eisini halgað." Róm.8:30. Líka stór sum skommin og fallið eru, somikið størri verður æran og endurnýggjanin gjøgnum endurskapandi kærleikan. Til menniskju, sum strevast fyri at røkka Guddómligu myndini, verður givið at fáa burturav himmalska skattinum, eina kraft so stóra, sum setur tey hægri enn einglarnir, sum ongantíð eru falnir.

"So sigur Harrin, frelsari Ísraels, hin heilagi í Ísrael, við Hann, sum er vanvirdur av hvørjum menniskja, við Hann, sum býður fólki ímóti: Kongar skulu síggja tað og reisa seg, høvdingar skulu síggja tað og kasta seg niður - fyri Harrans skuld, Hansara, sum er trúfastur, fyri hins Heilaga Ísraels skuld, Hansara, sum útvaldi Teg. Es.49:7.

Tí hvør tann, sum setur seg sjálvan høgt, skal verða eyðmýktur, og tann, sum eyðmýkir seg sjálvan, skal verða settur høgt.