Kristi ætlanarlæra kapitel 14. Fra side 164tilbage

"Skuldi Gud ikki hjálpt útvaldu Sínum at fingið rættvísan dóm?"

Hesin kapittulin byggir á Lukas 18,1-8
Kristus hevði talað um tíðina beint áðrenn afturkomu Sína og um vandarnar, sum eftirfylgjarir Hansara fóru at ganga ígjøgnum.

Í einum býi var dómari, sum ikki óttaðist Gud og ikki firnaðist nøkrum menniskja. Í sama býi var einkja, sum kom til hansara og segði: "Hjálp mær at fáa rætt yvir mótparti mínum!" Eina tíð vildi hann ikki. Men at enda segði hann við sær sjálvum: "Um eg so ikki óttist Gud, ei heldur firnist fyri nøkrum menniskja, so skal eg tó, við tað at hendan einkjan ikki letur meg hava frið, hjálpa henni at fáa rætt, so hon skal ikki í heilum ganga og plága meg." Harrin segði: "Hoyrið hvat hesin órættvísi dómarin sigur: "Skuldi Gud tá ikki hjálpt útvaldu Sínum at fingið rætt; teimum, ið rópa til Hansara dag og nátt, og er Hann seinur, tá ið tað viðvíkur teimum! Eg sigi tykkum: Hann skal skunda Sær at hjálpa teimum at fáa rætt."

Hesin dómarin virdi einki um rætt og rangt ella hevði samkenslu við líðandi. Einkjan, sum noyddi hann, varð avvíst ferð eftir ferð. Hon kom aftur og aftur til hansara, men varð vanæriliga viðfarin og rikin á dyr. Dómarin visti, at hon hevði grein í sínum máli og at hann átti at hjálpt henni beinanvegin, men hann vildi ikki. Hann vildi sýna seg stóran og máttmiklan og hann fann njóting í at lata hana noyðast at bøna og biðja. Men hon vildi ikki gevast ella missa mótið. Hóast hansara líkasælu og illvilja, bleiv hon við at trýsta og noyða, inntil dómarin gav eftir. "Hóast eg hvørki leggi í Gud ella menniskju", segði hann; "skal eg kortini gera hesari konuni eftir vild, tí hon ger mær ónáðir." Til tess at bjarga sinum umdømi og ikki lata fólk síggja, hvussu hann gjørdi mannamun í einum so einfaldum máli, syrgdi hann fyri, at kvinnan fekk rættvísan dóm.

Og Harrin segði: "Hoyrið, hvat hesin órættvísi dómarin sigur! Skuldi Gud so ikki syrgt fyri, at Hansara útvaldu verða rættvíst dømd, tá tey rópa á Hann dag og nátt? Letur Hann tey bíða? Eg sigi tykkum: Hann fer at hjálpa teimum og tað beinanvegin." Her lýsir Harrin stóra munin millum hin órættvísa dómaran og Gud. Dómarin gjørdi kvinnuni eftir vild, men hann gjørdi tað fyri sína egnu skyld, so at hon skuldi gevast við at órógva hann; hennara trupulleiki hevði ongan týdning fyri honum. Hvussu nógv øðrvísi er tað ikki, tá menniskju søkja Gud. Hann verður djúpt rørdur, tá treingjandi menniskju leita til Hansara.

Maður kvinnuna, sum bønaði dómaran um rætt, var deyður. Fátæk og frændaleys hevði hon ongar møguleikar til at lívbjarga sær. Á sama hátt hava menniskju mist teirra samfelag við Gud vegna synd. Menniskjuni sjálvi hava einki at bøta við til frelsu. Men í Kristusi koma vit Gudi nær. Guds útvaldu eru í hjarta Hansara dýrabar. Tað eru tey, sum Hann hevur kallað úr myrkrinum inn í Sítt undurfulla ljós, so tey kunnu kasta skinið av dýrd Hansara inn í ein myrkan heim. Hin órættvísi dómarin hevur ongan áhuga í kvinnuni, sum bað um hjálp; kortini hoyrdi hann hennara bøn um hjálp í støðuni, hon var komin í, og slapp henni av við sínar fíggindar. Men Gud elskar síni børn við endaleysum kærleika. Fyri Honum er Hansara samkoma tað størsta á jørð.

Tí lutur Harrans er fólk Hansara, Jákup er arvalutur Hansara. Hann fann hann í oyðilandi, har óbygt var; har dýrini í oyðimørkini ýldu. Hann gjørdist vernd Hansara. Hann vakti yvir honum. Hann varðveitti hann sum eygnastein Sín." 5.Mós:32:9.10. "Tí so sigur Harrin Gud Herskaranna; Hann, sum hevur sent meg avstað at heiðra Seg." - So sigur Hann um tjóðirnar, ið rændu tykkum - tí tann, ið nemur tykkum, rørir við eygnastein Hansara." Zak.2:12.

Bønin hjá einkjuni: "Lat meg fáa rættvísan dóm" er bønin hjá Guds børnum. Satan er teirra stóri ákæri. Hann er "klagari brøðra okkara", sum ákærir teir fyri Gudi dag og nátt. (Op.12:10). Hann virkar støðugt fyri at reingja og ákæra, at villleiða og oyðileggja Guds fólk. Og tað er fyri at loysa undan veldi Satans og megina hjá hjálparum hansara, at Kristus í hesum líknilsi lærir Sínar lærusveinar at biðja.

Í profetiunum hjá Zakariasi koma ákærur Satans til sjóndar og Kristi verk at standa ímóti mótstøðumanni Guds barna. Profeturin sigur: "Nú lat Harrin meg síggja Josva høvuðsprest. Hann stóð framman fyri eingili Harrans, og Satan stóð undir høgru lið hansara at bera fram klagu móti honum. Men Harrin segði við Satan: "Harrin revsi teg, Satan! Harrin revsi teg, Hann, sum hevur útvalt Jerusalem! Er hesin*(Josva) ikki brandur, ryktur úr eldinum! Josva var í skitnum klæðum, har hann stóð framman fyri einglinum. Zak.3:1-3

Her verða Guds fólk samanborin við ein lógbrótara, sum stendur fyri dómaranum. Josva, sum høvuðsprestur, biður um hjálp fyri sítt fólk, sum er í svárari neyð. Meðan hann gongur í forbøn til Guds, stendur Satan við høgru hond Hansara, sum fíggindi Hansara. Hann er ákæri Guds barna og roynir at fáa teirra mál at síggja so ógvuslig út, sum til ber. Hann sigur Harranum frá teirra óndu gerðum og hvussu lítil dugur er í teimum. Hann vísir á teirra mistøk og ódugnaskap og vónar at fáa tey at tykjast so vánalig, at Hann ikki vil hjálpa teimum í teirra stóru neyð. Sum verji hjá børnum Guds stendur Josva har í skitnum klæðum. Hann veit um syndirnar hjá fólkinum og er tyngdur av mótloysi. Satan trýstir á hann við einari skuldarkenslu, sum fær hann at kenna seg næstan vónleysan. Kortini stendur hann har sum verji, við Satan ímóti sær.

Virki Satans sum ákæri byrjaði í Himlinum. Hettar hevur verið hansara starv á jørð heilt síðani menniskjan fall, og tað fer at verða starv hansara á ein serstakan hátt, tess nærri vit koma endanum av heimssøguni. Meðan hann sær, at tíð hansara styttist, roynir hann alsamt ágrýtnari at villleiða og oyðileggja. Hann ilskast, tá hann sær fólk á jørðini, sum, hóast teirra veikleikar og syndir, kortini hava virðing fyri Guds lógum. Hann streingir á, fyri at tey ikki skulu akta Gud. Hann frøðist um teirra virðisloysi og veit gjølla, hvussu hvør einstakur skal lumpast til at venda Gudi bakið. Hann roynir at ákæra og døma Gud og øll, sum royna at uppfylla Guds ætlan í hesum heimi víð náði og kærleika, samkenslu og fyrigeving.

Satan gerst øvundsjúkur, tá menniskju uppliva Guds kraft. Hvørja ferð Gud virkar fyri onkran, fer Satan saman við sínum einglum við nýggjari megi í hernað at royna at oyðileggja tey. Hann ilskast inn á øll, sum gera Kristus til sína styrki. Hansara mál er at venda tí til tað illa. og tá tað eydnast, leggur Hann skuldina yvir á tey villleiddu. Hann peikar á teirra skitnu klæðir, teirra veiku mótstøðukraft; hann útstillar teirra veikleikar og dárskap, teirra ótakksemi; hvussu lítið tey líkjast Kristusi og hvussu tey vanæra teirra endurloysara. Alt hettar brúkar hann sum umbering fyri, at hann skal hava rætt til at oyðileggja tey. Hann strembar eftir at avskriva teirra sál út frá tankanum, at tey eru vónleys, at blettirnir av teirra strevi ikki kunnu vaskast burtur. Hann vónar soleiðis at oyðileggja teirra trúgv, so at tey heilt fara at yvirgeva seg og venda sær burtur frá teirra sambandi við Gud.

Guds fólk kunnu ikki sjálvi svara ákærum Satans. Sum tey síggja sína støðu, eru tey klár at geva upp. Men tey venda sær til tann guddómliga løgfrøðingin. Tey biðja um vælvild frá endurloysaranum. Gud er "rættvísur og rættvísger tann, sum hevur trúgv á Jesus." Róm.3:26. Í áliti kalla Harrans børn á Hann fyri at fáa ákærur Satans at tagna og gera orð hansara til skammar. "Hjálp mær at fáa rætt móti ákærarum mínum" biðja tey; og við at vísa til krossin, fær Kristus tann framliga ákæran at tagna.

Harrin segði við Satan: "Harrin straffi teg, Satan, ja, Harrin, sum hevur valt Jerusalem, straffi teg: Er hesin ikki ein glóð, sum er rivin út úr eldinum?" Tá Satan roynir at leggja myrkur yvir Guds fólk og spilla tey, leggur Kristus seg ímillum. Hóast tey hava syndað, hevur Kristus lagt teirra syndir á Sína egnu sál. Hann hevur rivið ættina sum eina glóð út úr eldinum. Við Sínari mannanáttúru er Hann bundin at menniskjunum, samstundis sum Hansara guddómliga náttúra ger Hann til eitt við Hin Æviga Gud. Hjálpin kemur, so glataðar sálir røkka henni. Mótstøðan er tileinkisgjørd.

Har stendur Josva nú í skitnum klæðum frammanfyri einglinum; og hann (eingilin) svaraði og talaði við tey, sum stóðu hjá honum, og segði: "Latið hann úr hasum skitnu klæðunum". Og við hann (Josva) segði hann: "Sanniliga, Eg havi gjørt, at tín synd eg vikin frá tær, og Eg skal lata teg í annan búna". Og eg segði, "lat tey seta eitt tignarligt høvuðklæði á høvur títt". So settu tey eitt tignarligt høvuðklæði á høvur hansara og lótu hann í onnur klæði. Tá gav eingilin, við myndugleika frá Harranum, Josva eitt hátíðarligt lyfti sum umboð fyri Guds fólk: "Vilt tú ganga Mínar vegir, og vilt tú fylgja mínum ráðum, so skalt tú eisini døma mítt hús og skalt somuleiðis halda forgarðar mínar og eg gevi tær atgongd til at ferðast millum tey, sum standa her - eisini millum einglar, sum eru um trúnu Guds". (Zak.3:3-7)

Hóast Guds fólk ikki eru lýtaleys, so vendir Kristus sær ikki burtur frá tí, sum Hann hevur átikið sær at verja. Hann hevur mátt til at skifta teirra búna. Hann tekur tann skitna búnan hjá hinum angrandi trúgvandi og skiftir hann um við Sín egna rættvísisbúna og skrivar "fyrigivið" í bók teirra í Himli. Hann kallar tey Síni yvir fyri tegnum Himmalsins. Mótparturin, Satan, er teirra ákæri og villleiðari. Gud fremur rættvísi móti Sínum útvaldu.

Bønin: "Gev mær rætt yvirfyri mótparti mínum" er ikki bert rættað móti Satan, men eisini móti teimum, sum hann roynir at lumpa, fyri at Guds fólk skulu verða útstrikað. Tey, sum hava gjørt av at lýða Guds boð, vita av royndum, at tey fáa fíggindar, sum verða stýrdir av einari kraft niðanífrá. Slíkir fíggindar plága Kristus fyri hvørt fótafet, og einki menniskja kann vita, hvussu áhaldandi og ágangandi teir eru. Lærusveinar Kristusar, eins og Meistari teirra, verða meinsøkt av áhaldandi freistingum.

Skriftirnar siga frá heimsstøðuni beint fyri Kristi afturkomu. Jákup ápostul sær fyri sær havisjúkuna og kúganina, sum fer at vera. Hann sigur: "Og nú tit, sum eru rík! . . . tit hava savnað tykkum skattir til síðstu dagar. Hugsið um, at tann lønin, tit ikki hava givið fólkinum, sum hevur heystað fyri tykkum, rópar á Himmalin, og rópið frá arbeiðarunum er komið Harra herskaranna fyri oyru. Tit hava livað gott og hava havt ríkiligt her á jørðini; tit hava fitað tykkum sjálvar til slaktið. Tit hava dømt og dripið tann rættvísa; móti tykkum er hann verjuleysur." Ják. 5,1-6. Hettar er ein mynd av tí, sum hendir í dag. Við allari møguligari kúgan og okri, savna fólk saman ovurhonds ríkidømi, meðan rópini frá neyðstøddum menniskjum náa upp til Gud.

Rætturin er rikin eftir hæli og rættferðin stendur langt burturi; Sannleikin snávar á tingstaðnum og tað, ið beint er, sleppur ikki fram. Sannleikin er horvin, og tann, ið helt seg frá illum, varð til rán. Es.59:14,15. Hettar gekk út í lívi Kristusar á jørðini. Hann var lýðin Guds boðum og setti til viks menniskjunnar siðvenjur og krøv, sum vórðu sett omanfyri Guds lógir, og tey, ið vilja halda Guds boð, vórðu háðað og atsøkt. Av tí, at Kristus var lýðin yvir fyri Gudi, varð Hann ákærdur fyri at bróta sabbatsboðið og fyri at spotta. Hann var ákærdur sum djevulsettur og kallaður Belsebub. Á sama hátt vera fylgjarir Hansara ákærdir og login um. Soleiðis vónar Satan at fáa tey at synda og vanæra Gud.

Lyndið í dómaranum í líknilsinum, sum ikki óttaðist Gud og helt hánt um menniskju, segði Kristus frá fyri at sýna tað slagið av dómi, sum seinni fór at verða dømdur og skjótt fór at verða sagdur við sakarmálið móti Honum. Hann ynskir, at Hansara fók til allar tíðir fara at sanna, hvussu ótryggur ein kann vera við verðsligar leiðarar ella dómarar, tá ósemjur eru. Mangan noyðast Guds fólk at standa framman fyri menniskjum í almennum størvum, sum ikki líta á Guds Orð til at vegleiða og verja eftir, men sum fylgja teirra egnu verðsligu og óvandu hugskotum.

Í líknilsinum um órættvísa dómaran hevur Kristus sýnt okkum, hvat vit eiga at gera. "Fer Gud ikki at hevna Síni Egnu, sum rópa til Hansara nátt og dag? Kristus, fyridømi okkara, gjørdi einki fyri at verja ella loysa seg. Hann legði sítt mál fram fyri Gud. So Hansara eftirfylgjarir eiga ikki at ákæra ella fordøma ella brúka makt fyri at loysa seg.

Koma vit út fyri royndum, sum tykjast óskiljandi, eiga vit ikki at loyva, at friður okkara verður spiltur. Uttan mun til hvussu órættvíst vit verða viðfarin, gerst so ikki sinnisrørdur. Við at yvirgeva okkum til hevndarhuga, særa vit okkum sjálvi. Vit oyðileggja okkara álit á Gud og særa Heilaga Andan. Undir lið okkara er eitt himmalskt sendiboð, sum fer at lyfta okkum upp á eitt støði móti fíggindanum. Hann fer at verja okkum við geislum frá rættvísissólini. Tær kann Satan ikki treingja ígjøgnum. Hann kann ikki koma ígjøgnum hettar skjøldrið av heilaga ljósinum.

Tá heimurin tekur til í óndskapi, skulu vit ikki vænta, at vit sleppa undan trupulleikum. Tað eru júst hesir trupulleikar, sum fáa okkum inn í móttøkuna hjá Hinum Alvalda. Vit noyðast at søkja ráð hjá Honum, sum hevur allan vísdóm.

Harrin sigur: "Kalla á Meg á neyðardegi."Sálmur 50:15. Hann býður okkum at bera Honum okkara ótrygd og tørvir á Guddómligari hjálp. Hann biður okkum vera skjót til bøn. Beinanvegin, sum trupulleikar stinga seg upp, skulu vit leggja okkara tørvir fram fyri Hann í álvarsamari og inniligari bøn. Við okkara bønartørvi sýna vit okkara sterka álit á Gud. Bønir okkara leiða okkum til at biðja álvarsliga og okkara Himmalski Faðir verður sinnisrørdur av okkara eyðmýkt.

Tey, sum líða skomm og atsóknir fyri sína trúgv, verða stundum freistað at halda, at Gud hevur svikið tey. Í mannaeygum eru tey í minniluta. Tað tykist, sum at fíggindin sigrar. Men lat tey ikki gera seg inn á sína samvitsku. Hann, sum leið teirra vegna og hevur borið teirra sorgir og kvøl, Hann hevur ikki svikið tey.

Guds børn verða ikki latin eftir í einsemi og verjuleys. Bønir nema arm Hins Almáttuga. Bøn hevur: 'Við trúgv sigrað á kongaríkjum, útint rættvísi, fingið lyfti uppfylt, tept munn leyvu, sløkt eldsbál, bjargað undan svørsegg, givið styrki eftir veikleika, givið vald í bardaga, fingið fíggindaherar at víkja'. Heb.11:33,34. Vit fara at vita, hvat tað merkir, tá vit hoyra frásagnir hjá pínslaváttum, sum doyðu fyri teirra trúgv - "fáa fíggindaherar at flýggja".

Yvirgeva vit lív okkara til Hansara tænastu, kunnu vit ongantíð koma í eina støðu, sum Gud ikki er við í. Hvør okkara støða so er, so hava vit ein vegleiðara at vísa vegin; hvørji ivamálini eru, so hava vit ein ráðgeva; hvørjar sorgir okkara eru, um vit hava mist ella eru einsamøll, so hava vit ein Vin, sum skilir okkum. Um vit í okkara fávitsku hava gjørt okkurt skeivt, so víkur Kristus ikki frá okkum. Rødd Hansara, klár og eyðkend, hoyrist siga, "Eg eri vegurin, sannleikin og lívið." Jóh.4:16. "Tí Hann skal frelsa hin fátæka, ið rópar; hin arma, ið ongan hjálparmann hevur". Sálmur 72:12.

Harrin sigur, at hann verður ærdur av teimum, som koma til Hansara; sum trúfast virka fyri Hann. "Tann, ið hevur grundfest sinni, letur Tú altíð hava frið, tí á Teg lítur hann." Es.26:3. Armur Hins Almáttuga er útrættur til at leiða okkum framá, alla tíðina framá. "Halt framá" sigur Harrin. "Eg skal senda tær hjálp. Tað ærir Mítt navn, tá tú biður, og tú skalt fáa. Eg skal verða ærdur hjá teimum, sum leita eftir mistøkum hjá tær. Tey skulu uppliva, at Orð Míni sigra stórliga. "Alt, sum tit biðja um við trúgv í bøn tykkara, skulu tit fáa." Matt.21:22.

Lat øll, sum verða plágað ella misbrúkt, rópa á Gud. Vend tær burtur frá teimum, hvørs hjørtu eru sum stál, og lat ákallanir tínar koma fram fyri Skapara tínum. Ongantíð skal nakar verða koyrdur burtur, sum kemur til Hansara við einum angrandi hjarta. Ikki ein einasta erlig bøn verður mist. Mitt í sanginum hjá einglakórinum hoyrir Gud rópið frá tí veikasta menniskjanum. Vit oysa okkara hjørtu út í loynikømurunum; vit teska eina spakuliga bøn, meðan vit ganga á vegnum, og okkara orð røkka trúnuni hjá Konginum yvir alheiminum. Tað kann vera uttan ljóð fyri mannaoyrum, men tey kunnu ikki tagna burtur ella svinna burtur í tøgn ella blíva burtur í larminum frá virkseminum, har sum vit eruí. Einki kann drukna tað, sum sálin søkir. Tað fer upp um gangin á gøtuni, upp um ruðuleikan í fólkahópinum og til Himmalska hovið. Tað er við Gud, vit tala, og bønir okkara verða hoyrdar.

Tú, sum kennir teg mest virðisleysan, óttast ikki fyri at leggja mál títt fram fyri Gud. Tá Hann gav seg sjálvan í Kristusi fyri syndir heimsins, gjørdist Hann verjan hjá hvørji einastu sál. "Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt í Honum. Róm.8:32. Skuldi Hann ikki fullført náðiorðið, sum er givið okkum til dirvi og mátt?

Tað er einki, Kristus heldur vil, enn bjarga Sínum arvi undan ræði Satans. Men áðrenn vit verða fríað undan Satans harradømi uttaná, mugu við fríast undan hansara veldi innaní. Harrin loyvir royndum, so at vit kunnu verða reinsað frá ávirkan heimsins; frá sjálvræði, frá óhóskandi, ókristiligum lyndiseyðkennum. Hann fer gjøgnum sorg og harm og letur vøtnini skola yvir sál okkara, at vit kunnu kenna Hann og Jesus Kristus, sum Hann hevur sent, so at okkum fer at leingjast eftir at verða reinsað frá smittu og koma rein, halgað og glað úr royndunum. Mangan koma vit í reinsanareld, meðan sálir okkara myrkna av sjálvrættvísi; men eru vit tolin gjøgnum neyðugar royndir, fara vit at koma ígjøgnum, meðan vit hugsa um veru Guds. Tá ætlan Hansara við royndunum er liðug, "skal Hann bera rætt tín fram sum ljósið og rættvísi tína sum á hádegi".

Tað er eingin vandi fyri, at Harrin fer at venda blinda eygað til bønir hjá Hansara fólki. Vandin er, at tey kunnu koma í freistingar og gerast mótleys og gevast at biðja. Kol.175:1.

Frelsarin hevði guddómliga samkenslu við tí syrisk-fønikisku kvinnuni. Hjarta Hansara rørdist, tá Hann sá hennara sorg. Honum longdist eftir at vissa hana um, at bøn hennara var hoyrd. Men hann vildi, at lærusveinar Hansara skuldu læra av hesum og lat eina stund ganga, meðan hon helt á at bøna í trúgv. Tá trúgv hennara var opinber, segði Hann nøkur hugkveikjandi orð og sendi hana avstað við tí signingini, hon hevði biðið um. Lærusveinarnir gloymdu ongantíð hesa læruna, sum er niðurskrivað at minna á týdningin av at halda á at biðja.

Tað var Kristus Sjálvur, sum legði hettar áhaldni í hjartað á hesari móðurini, sum ikki kundi haldast aftur. Tað var Kristus, sum gav tí bønandi einkjuni mót og áhaldni, tá hon stóð fyri dómaranum. Tað var Kristus Sjálvur, sum í tí løgna tvídráttinum við Jabbok hevði givið Jákupi hesa somu gjøgnumborandi trúnna. Og álitið, sum Hann Sjálvur hevði lagt støði undir, kundi Hann ikki lata vera við at løna.

Hann, sum býr í Himmalska halgistaðnum, dømir rættvíst. Hann gleðist meiri um fólk Sítt, sum plágast av freistingum í einum syndugum heimi, enn um einglaskararnar, sum eru um trónu Hansara.

Av øllum, sum er í alheiminum, er tað hendan elalítla gongustjørnan, jørð okkara, sum vekir størsta áhugan, tí Kristus hevur goldið ein óendaligan prís fyri sálirnar á fólkinum, sum búleikast her. Loysnarin av jørðini hevur knýtt jørð og Himmal saman við vitan, tí Harrans leyskeyptu eru her. Himmalskar verur vitja enn á døgum jørðina, sum tá tær vitjaðu Ábraham og Móses. Mitt í meldrinum í stórbýunum, mitt í fólkaskarunum, sum savnast á vegum og torgum frá morni til kvølds, sum um lívið bara snýr seg um handil og ítrótt og stuttleika, har so fá hugsa tað, sum ikki sæst við teimum náttúrligu eygunum - sjálvt her hevur Himmalin sínar ósæddu vaktarar og heiløg. Her eru ósjónlig umboð, sum hoyra hvørt orð og síggja alt, sum menniskju gera. Í hvørjari fylking innan handil ella stuttleika; í hvørjari fylking innan tilbiðjan, har eru fleiri áhoyrarir, sum ikki síggjast við náttúrligu eygunum. Stundum draga himmalsku verurnar forhangið til síðis, sum fjalir tann ósjónliga heimin, so tankar okkara kunnu víkja burtur frá lívsins órógvi og stákan og hugsa um hesar ósjónligu verurnar, sum eru vitni til alt, vit gera og siga.

Okkum tørvar at skilja uppgávurnar hjá einglavitjandi betur, enn vit gera. Tað hevði verið okkum gott, um vit hugsaðu um, at í øllum okkara virksemi samstarva vit og verða stuðlað av himmalskum verum. Ósjónligir herskarar av ljósi og kraft hjálpa teimum eyðmjúku og lágt settu, sum trúgva og líta á Guds lyfti. Kerúbar og serafar og einglar, sum vaksa í styrki - tíggjutúsund ferðir tíggjutúsund og túsund ferðir túsund - standa við høgru hond Hansara, "allir tænandi andar, sendir higar at tæna teimum, sum arva skulu frelsu. Heb.1:14.

Hesir einglaboðberar halda neyva uppgerð yvir, hvat mannabørnini gera og siga. Hvør ónd og órættvís gerð móti Guds børnum, alt tað, sum tey líða av teimum, sum hava makt, er uppskrivað í Himli.

----------

Skuldi Gud so ikki gjørt, so at útvaldu Hansara verða rættvíst viðfarin, tá tey kalla á Hann dag og nátt? Letur Hann tey bíða? Eg sigi tykkum: Hann fer at vinna teimum rættvísi og tað skjótt eisini.

Kastið tí ikki frá tykkum dirvi tykkara,- tað hevur stóra løn! Tykkum tørvar tol, so tit, táið tit hava gjørt vilja Guds - kunnu fáa tað, sum lovað er. Tí bert so lítla stund enn tá kemur Hann, sum koma skal, og Hann skal ikki drála. Hebr.10: 35-37. So verið nú tolnir, brøður, inntil Harrin kemur! Bóndin bíðar eftir dýrabara ávøksti jarðarinnar; Hann bíðar tolin eftir honum, inntil hann fær heystregn og várregn. Verið eisini tit tolnir; styrkið hjørtu tykkara, tí koma Harrans er nær! Ják. 5, 7-8.

Guds tol er undursamt. Tíðin letur rættin bíða, meðan tolinmóðin gongur í forbøn fyri syndaran. Men "rættferð og rættur eru grundvøllir hásæti hansara." Sálm.97:2. "Harrin er langmóðugur; "men Hann er stórur í kraft; órevsaðan letur Harrin aldri hin seka vera. Í ódnarveðri og stormi er vegur Hansara, og skýggj eru dustið undir fótum Hansara."Nah.1:3.

Eftir at hava trakkað niður lógir Guds, er heimurin vorðin skammleysur. Við tað, at Hann hevur borið yvir við teimum alla hesa tíðina, hava tey trakkað niður tign Hansara. Tey hava stuðlað hvørt øðrum við trýsti og óndskapi móti arvi Hansara og siga: "Hvussu veit Gud tað? og hvør veit nakað um Hin Almáttuga?" Sálmur 73:11. Men har er eitt mark, sum tey ikki sleppa um. Tíðin nærkast, tá tey hava rokkið ásetta markinum. Tey eru longu næstan farin út um tað, sum tol Guds loyvir; markinum fyri náði Hansara, fyri miskunn Hansara. Harrin fer at leggja uppí, at reinsa Sína æru, at fría Sítt fólk og at berja niður ta vaksandi órættvísið.

Á Nóa døgum lótu fólk hánt um Guds lógboð, líka til næstan øll á jørðini høvdu gloymt Skaparan. Teirra syndir rukku so víða, at Harrin lat eina vatnflóð fløða út yvir alla jørðina og skola allar teir óndu íbúgvar hennara burtur.

ígjøgnum øldirnar hevði Harrin boðað fólkinum, hvussu Hann virkar. Var onkur kreppa um at stinga seg upp, hevur Hann opinberað Seg og lagt seg ímillum til tess at forða ætlanun Satans í at eydnast. Í londum, í ættum og hjá tí einstaka hevur Hann stundum loyvt, at umstøðurnar hava ment seg til kreppur, so at tiltøk Hansara skuldu verða opinber. Soleiðis hevur hann gjørt kunnugt, at ein Gud er í Ísrael, sum fer at halda Sínar lógir og verja Sítt fólk.

Hesa tíðina, nú gudloysið hevur fingið so gott fótafesti, vita vit, at hin seinasta stóra kreppan nærkast. Eftirsum lógir Guds verða trakkaðar undir fót nærum allastaðni, og nú Hansara fólk verða trælkað og pínd av sínum medmenniskjum, so fer Gud at grípa inn.

Tíðin nærkast, har Hann fer at siga: "Fólk Mítt, farið inn í kømurni, latið hurðina aftur; krógvið tykkum eina stutta stund, til vreiðin er vikin burtur. Tí nú fer Harrin út úr bústaði Sínum at revsa tey, sum búgva á jørðini, fyri teirra syndir. Jørðin fer at sýna sína blóðskuld, tí hon kann ikki longur krógva tey, sum myrd eru." Es. 26:20,21. Fólk, sum kalla seg kristin, lumpa og kúga tey fátæku; tey stjala frá einkjum og faðirleysum; tey yvirgeva seg til sataniskt hatur móti Guds fólki, tí tey ikki vilja boyggja seg; men fyri alt hettar fer Gud at revsa tey. Tey "skulu verða dømd uttan náði" sum "ikki hava sýnt náði". Ják.2:13.

Um ikki so langa tíð fara tey at standa fyri dómaranum, sum skal døma allan heimin afturfyri ta pínu, tey hava volt arvi Hansara; teirra likami og sál. Tey eftirlíka teimum, sum koma við følskum ákærum; tey háða tey, sum Gud hevur útvalt til at virka fyri Seg; tey seta heilagu Hansara í fangahús og at verða leinkjað saman við øðrum til at verða til bann og dripin; men tey, sum hettar gera, fara at bøta fyri alt tað ónda, tey hava gjørt, og fyri hvørt tár, sum hevur runnið. Gud fer at straffa tey dupult fyri teirra syndir. Viðvíkjandi Babylon, eyðkennið fyri tey fráfalnu kristnu, sigur Hann við tann, sum dømir, "syndir hennara røkka líka upp til Himmals, og Gud hevur minst órættvísi hennara. Lønið henni aftur, sum hon hevur lønt; ja, skeinkið henni dupult so nógv í bikarið, sum hon hevur skonkt. Op.18:5,6.

Úr Indialandi, úr Afrika, úr Kina, úr oyggjalondunum, frá milliónum av trælkaðum úr sokallaðum kristnum londum, stíga neyðarrópini upp til Guds. Tey rópini fara ikki at verða ósvarað leingi. Gud fer at reinsa jørðina fyri siðspilling - ikki við vatnflóð, sum á døgum Nóa, men við eldhavi, sum menniskju ikki fáa sløkt.

Tað verður ein trongdartíð, sum heimurin ikki hevur kent, so leingi menniskju hava livað. Tá skal Guds fólk verða bjargað - øll, sum eru uppskrivað í Bókini." Dán.12:1.

Úr kømrunum, úr smáttum, úr fangabúrum, úr gálgum, av fjøllum og úr oyðimørkum, úr jarðarholum og hellum fer Gud at savna Síni børn heim til Sín. Á jørðini hava tey liðið armóð, hjálparleys og pínd. Milliónir eru farin vanærd í grøvina, nívd av sjúkum, tí tey noktaðu at gera eftir svikakrøvum Satans. Guds børn eru dømd fyri ringastu brotsgerðir av dómstólum manna. Men dagurin kemur, tá "Gud Sjálvur dømir." (Sálm.50:6). Tá verður lagnan hjá jørðini avgjørd. "Hann reinsar spottið móti fólki Sínum av allari jørðini." Es.25:8. Øll verða klødd í hvítan búna. (Op..6:11.). Og "tey skulu kallast Heilaga Fólk, Harrans Leyskeyptu." Es.62:12.

Uttan mun til, hvat slag av krossi, tey verða kallað at bera, uttan mun til tapið, tey hava liðið, uttan mun til ta forfylging, tey hava upplivað, enntá at missa teirra tímiliga lív, verða Guds børn ríkiliga lønt. "Tey skulu síggja andlit Hansara og bera navn Hansara á pannu síni." Op.22:4.