Kristi ętlanarlęra kapitel 2. Fra side 33tilbage

”Sįšmašurin og sįškornini”

2. kapitliš byggir į Mattęus 13,1-9; Mattęus 13,18-23; Markus 4,1-20 og Lukas 8,4-15.
Śtsįanin og sįškornini Ķ lķknilsinum um sįšmannin lżsir Kristus višurskiftir śr kongadųmi Himmals og stóra arbeiši Hśsbóndans fyri fólk Sķtt. Sum sįšmašur fer Hann śt ķ veltuna og sįar Himmalsins sannu sįškorn. Lķknilsir lęra, at sjįlvt tey dżrastu sannleikans sįš eru sįaš um nįši Hansara. Men vegna sķtt lķkatil frįsagda ikki altķš viršismett sum taš įtti. Viš at samanbera natśrlig sįškorn ķ mold, vil Kristus leiša sinniš til evangeliiš, fyri at taš sįaša sįš skal leiša menniskju aftur at verša Gudi trśfųst. Hann, sum segši lķknilsiš um hesi smįu sįškornini, stjórnar Sjįlvur Himli, og tęr somu lógirnar, sum rįša fyri at sįa og vaksa ķ mold, galda eisini fyri sannleikans śtsįan viš andaligum sįškornum ķ sinniš hjį menniskjum.

Viš Galilea Sjógv hevši lķtil bólkur savnaš seg at lurta eftir Jesusi. Taš var ein alspentur skari. Tey sjśku vóru eisini komin og lógu į mįttum. Tey bķšašu eftir at siga sķna sųgu. Kristus įtti gudgivnan rętt til at lekja barnakonu verkini hjį hesari syndigu ętt og Hann lekti sjśkur, gav lķv, heilsu og friš kring um seg.

Nś skarin vaks, troškašu fólk seg enn nęrri til Kristus, til einki plįss var eftir. Tį fór Hann ķ ein bįt, og ķmešan bķša varš eftir at sigla hann yvir um sjógvin, baš hann sķnar lęrusveinar leggja bįtin eitt sindur śt frį, og har talaši hann til fólkiš į sjóvarstrondini frį bįtinum.

Ķ landslagnum sóust tęr vųkru Genesarets flųtur og heyggjar handan tęr. Hinumegin heyggjarnar og flųturnar hųvdu sįš- og heystfólk śr at gera - ein sįddi og annar heystaši frumgróšur. Tįiš Kristus sį alt hetta, segši Hann:

»Sįšmašur fór śt at sįa. Ķ tķ hann sįaši fall nakaš viš vegin, og fuglarnir komu og ótu taš upp. Nakaš fall ķ gaddajųrš, har taš ikki hevši nógva mold. Taš kom viš taš sama upp, tķ har var ikki djśpt. Men tįiš sólin kom upp, varš taš avsvišiš, og av tķ at taš onga rót hevši, fųlnaši taš. Nakaš fall millum tornir; og tornirnar vuksu upp og kųvdu taš. Men nakaš fall ķ góša jųrš, og taš bar grųši, sumt hundrašfaldaš, sumt sekstifaldaš og sumt trķatifaldaš. Tann, iš oyru hevur, hann hoyri!«

Fólk flest skiltu ikki ųrindir Kristusar ķ samtķšini. Hįtturin, at hann var komin, var ikki sum vęntašur. Harrin Jesus var alt grundarlagiš undir ųllum tķ jųdiska hśsarhaldinum viš tķ veldigu tempultęnastu av guddómligum uppruna. Hon var gjųrd fyri at kunna fólkiš um, at til įsettu tķš skuldi ein koma, sum sišahaldiš peikašu frameftir til. Men jųdarnir hųvdu hevjaš liturgi, taš er ytri formar og sišir, upp til skżggja, men mistu av tķ sama endamįliš viš ųllum śr eygsjón. Mannasišir, lķvsreglur og -skipanir goymdu ta veruligu lęruna, sum Gud vildi geva teimum. Strangar lķvsreglur og sišvenjur gjųrdust til foršing fyri, at tey dugdu at skilja og praktisera sanna įtrśnašin. Og tį veruleikin kom ķ persóninum Kristusi, kendu teir Hann ikki, tó at Hann var uppfyllingin av symbolunum – og allur veruleikin handan skuggatęnastu teirra. Teir vrakašu fyrimyndina og krųktu seg ķ symbol og ónżtiligar sišir. Sonur Guds var komin, men teir hildu fram at bišja um tekin. Bošskapin »Umvendiš tykkum, tķ rķki Himmalsins er komiš nęr« svarašu teir aftur viš at bišja um tekn (Matt 3:1). Evangelium Jesu Krists gjųrdist ein steinur til įstoyt hjį teimum, tķ teir kravdu tekn heldur enn Frelsaran. Teir vęntašu, at Messias skuldi prógva sķtt forlangandi viš veldigum sigrum, og tį at stovna Sķtt rķki į leivdirnar av sigrašum jaršiskum rķki. Hesar vęntanir vóru svarašar aftur viš lķknilsinum um sįšmannin. Ikki viš vįpnastyrki, ikki viš ógvusligum neyšsemjum, men viš at planta nżggjar ašalreglur ķ hjųrtuni hjį menniskjum.

”Tann, iš sįar hitt góša sįšiš, er Menniskjasonurin.” (Matteus 13:37) Kristus kom ikki sum kongur, men sum ein sįšmašur; hann kom ikki fyri at hertaka nakaš kongavald, men fyri at sįaš Sķtt sįškorn; ikki til at vķsa sķnum fylgjarum į jaršiskar sigrar og tjóšskaparligan stórleika, nei, hann kom fyri at savnaš eina innheysting viš tolsemis sliti, sum veršur savnaš umvegis bęši missir og vónbrot.

Fariseararnir vóru varir viš og hugsašu um Kristi lķknilsir, men teir sóu ikki lęruna at viškoma seg, og tóku illa ķmóti henni. Teir tyktust ikki at skilja hana. Og fyri stóra fólkaskaran var nżggja lęran eitt enn stųrri loyndarmįl, um orš hųvdu rųrt hjųrtuni so frętt, at tey beiskan kundu brotiš nišur teirra ęrusjśku. Lęrusveinarnir hųvdu ikki sjįlvir skilt lķknilsiš, men įhugin varš tó kveiktur so mikiš, at teir aftanį bóšu um eina frįgreišing.

Kristus ynskti at vekja įhugan fyri at dżpa kunningina enn meira. Hann greinaši lķknilsiš, eins og hann vil gera oršini greiš fyri ųll, sum sųkja Hann av sannum hjarta. Tey, sum granska orš Guds viš opnum hjarta og viš ljósi frį heilaga Andanum, verša ikki verandi ķ myrkri um hvat oršini merkja. «Tann, sum vil gera vilja Hansara, . . . skal sanna, um lęran er frį Gudi, ella um eg tali av męr sjįlvum.» (Jóh 7:17) Ųll, sum venda sęr til Kristus fyri at fįa greiša fatan av sannleikanum, vilja fįa hana. Hann opnaši himmirķkisins loynidómar fyri teimum og hesir loynidómar vilja fįa tey menniskjuni at skilja hann, sum trįa eftir at kenna sannleikan. Ljós av Himli vil skķna inn ķ sįlartempliš, og vil tį eisini sķggjast av ųšrum, eins og klįrt lżsandi sum ein lampa, iš lżsir į eina myrka gųtu.

Sįšmašurin fór śt at sįa
Ķ eysturlondum var vanliga so ótrygt, at vandi var fyri at koma śt fyri valdsnżtslu og įlopi. Tey flestu bśšu ķ bżum viš stórum mśrum rundan um, og hśsbóndamenn fóru dagliga śt um mśrarnar til arbeišis. Soleišis var eisini viš Kristusi, hinum himmalski Sįšmanni, at hann fór śt um bżin at sįa. Og meira enn taš. Hann fór śr frišsęla heimi Sķnum, śr dżrdini, sum Hann hevši saman viš Fašir Sķnum įšrenn heimurin varš til, og slepti sķnari tign į universins trónu. Hann tók į seg lutin sum ein lķšandi og freistašan mann, sum fór śt ķ einsemiš at sįa lķvsins sįškorn millum illgras og at vęta lķvsins sįš viš blóši Sķnum fyri ein glatašan heim.

Į sama hįtt eiga tęnarar Hansara at fara śt at sįa. Tįiš Įbrham fekk kalliš um at sįa sannleikans sįš, varš bošaš: ”Far śr landi tķnum, frį skyldfólki tķnum og frį hśsi faširs tķns – til landiš, iš Eg skal vķsa tęr!” (1 Mós 12:1) ”Viš trśgv var Įbraham lżšin, tįiš hann varš kallašur, so hann fór śt til stašiš, hann skuldi fįa ķ arv; hann fór avstaš, tó at hann ikki visti, hvar hann kom. ” (Hebr 11:8) Og soleišis komu bošini frį Gudi til Paulusar, ķmešan hann helt bųn ķ templi Jerusalems: ”Far avstaš! Eg skal senda teg til heidningar langt burtur!” (Įp 22:21) Taš er soleišis, at tey, sum eru kallašu at vera saman viš Jesusi Kristi, mugu fara frį ųllum fyri at fylgja Honum. Gomul sambond mugu sleppast, og ętlanir og vónir ķ hesum lķvi uppgevast. Taš er undir sliti og tįrum, at sįškorn verša sįaš, og stundum eisini ķ einsemi viš persónligum ofrum.

”Sįšmašurin sįar oršiš”
Kristus kom fyri at sįa sannleikan ķ heimin. Lķka sķšani menniskjaš fall ķ Eden, hevur Sįtan sįaš villleišing. Taš var viš lygn, at hann ķ byrjan fekk valdiš į menniskjunum, og į tann hįtt arbeišir hann enn uppį at fella rķki Guds į jųrš, til tess at fįa ųll menniskju undir sķtt vald. Ein sįšmašur śr hęgri staš, Kristus, kom at sįa trśšarinnar sįškorn. Hann, sum hevši stašiš ķ evsta rįši Guds, og bśš ķ tķ innasta į ęviga halgidóminum, skuldi bera tęr reinu ašalreglur hašani til heimin. Lķka sķšani syndafalliš hevur Kristus veriš opinbering sannleikans fyri veršini. Viš Honum kom taš óspilta sįškorniš. «Tit, sum endurfųdd eru, ikki av forgeingiligum sįši, men óforgeingiligum, viš orši Guds, sum livir og varir!» (1 Pęt 1:23) Ķ hinum fyrsta lyftinum, sum giviš varš tķ falnu ęttini ķ Edens garši, var sįškorn evangeliumsins fyri fyrstu fer sįaš. Men lķknilsiš um sįšmannin var serliga giviš viš persónliga prędikuvirkseminum og śtinta virki Hansara annars ķmillum manna į jųršini.

Sįšiš er orš Guds. Hvųrt sįškorn er tann nęlandi grundreglan ķ sjįlvum sęr. Ķ tķ er lķv plantunnar goymt. Soleišis er eisini lķv goymt ķ orši Guds, tķ “oršini, iš Eg havi talaš til tykkara, eru andi og eru lķv.” (Jóh 6:63) . . . “Tann, sum hoyrir orš Mķtt og trżr Honum, iš sendi Meg, hevur ęvigt lķv og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frį deyša til lķv.” (Jóh 5:24) Taš er mįttur ķ ųllum bošoršum og lyftum ķ orši Guds, eins og ķ tķ rętta lķvinum ķ Gudi. Soleišis veršur bošiš uppfylt og lyftiš įsannaš. Tann, sum tekur ķmóti oršinum ķ trśgv, fęr lķv og lyndi sķtt frį Gudi.

Ųll sįškorn bera fram frukt av onkrum slag. Veršur korniš sįaš ķ góša mold og bestu umstųšum, mennir lķv seg ķ plantuni. Takiš viš tķ óspillandi oršsins korni ķ trśgv, og taš vil tį fįa lyndi og lķv at vaksa fram, sum lķkist Guds.

Lęrarar Ķsraels sįddu ikki orš Guds. Arbeiši Krists var tżšuligur mótsetningur til virksemiš hjį rabbinarum tį ķ tķšini. Teir livdu ķ sišvenjum, nżttu įstųšir manna og gjųrdu sęr nógv hųvušbrżggj. Mangan var taš, sum menniskja hevši frįlęrt og skrivaš um oršiš, sett ķstašin fyri orš Guds. Lęran įtti onga kraft at eggja sįlina viš. Evniš ķ kennara virksemi Krists og trśbošan var orš Guds. Hann svaraši spurningum viš tżšuliga at endurgeva taš, og byrjaši ofta viš: “Skrivaš stendur!” . . . “Hvat sigur Skriftin?” . . . «Hvussu lesur tś? » Viš hvųrt hųvi at vinur ella fķggindi vakti įhugan, sįddi Hann sįškorn Skriftsins. Hann, sum er vegurin, sannleikin og lķviš, er sjįlvur hitt livandi Oršiš, sum peikar į Skriftirnar, og Hann segši: «Tęr vitna um Meg! » . . . og Hann «byrjaši viš Mósesi og ųllum profetunum. » Og Hann śtlegši «fyri teimum taš, sum ķ ųllum skriftunum var sagt um Seg Sjįlvan. » (Jóh 5:39; Luk 24:27)

Tęnarar Kristusar skulu gera taš sama arbeiši, Į okkara dųgum eins og ķ gomlum dųgum verša lķvstżšandi sannleikar ķ orši Guds beindir burtur, at gera plįss fyri menniskja įstųšum og hugsanum. Mong jįttandi sum boša evangeliiš góštaka ikki, at ųll Bķblian er taš innblįsta oršiš. Ein klókur mašur vrakar eina stųšutakan og ašrir spurningar petta uppaftur ašrar. Teir seta sķni egnu metingarevnir omanfyri oršiš; og Skriftin, sum teir undirvķsa ķ, hvķlir tį į teirra egna myndugleika. Skriftsins guddómligi myndugleiki veršur undirgrivin og oyšilagdur. Soleišis verša heišin sįškorn sįaš vķša og breitt; og fólk verša ųrkymlaš, og vita ikki, hvat tey skula trśgva. Taš eru nógvar sannfųringar, sum sinniš ongan rętt hevur til at stytta sęr lųtur viš. Į Kristi dųgum į jųršini lųgdu rabbinarar ein kśgandi og loyndarfullan yvirbygning į fleiri partar av Skriftini. Men av tķ, at reina lęra Guds fordųmir hesar hęttir, royndu teir at kųva kraftina ķ Skriftini. Taš sama hendir ķ dag. Orš Guds veršur boršiš fram sum loyndarfult og kįmt, til tess at bera ķ bųtuflaka fyri at bróta lóg Guds. Kristus hartaši allan slķkan praksis og mannagongdir ķ tķšini į jųršini. Hann lęrdi soleišis, at ųll skuldu kunna skilja Guds orš. Hann vķsti til Skriftina viš stórum myndugleika og vit eiga at gera taš sama. Bķblian skal berast fram sum orš frį hinum almįttuga Gudi, sum veršur endin į ųllum strķši og skal vera heilt fundamentalt fyri alla trśgv okkara. Hon skal vera ein fundamental bķbliutrśgv.

Bķblian er ręnd fyri kraftina. Śrslitini av ręningini sķggjasti nišran og mannminkan ķ sambandi viš javnvįgina til eitt andaligt lķv. Nógvar av dagsins prędikum frį talarastólum hava ikki ta guddómliga įrin, sum vekir samvitskur og gevur sįlunum eitt veruligt lķv. Įhoyraranir kunnu ikki siga: «Brann ikki hjartaš ķ okkum, tįiš Hann talaši viš okkum į vegnum og lęt okkum upp skriftirnar! » (Luk 24:32) Mong eru, sum įkalla hin livandi Gud og leingjast eftir tķ guddómligu hjįveruni. Heimspekilig įstųšir ella bókmentaligir fyrilestrar fįa ikki nųkta hjartaš, lķkamikiš hvussu góš tey eru. Manngjųrd pįhųld og hugskot hava ikki hetta virši. Latiš orš Guds tala til fólk. Latiš tey, sum einans hava hoyrt um sišvenjur og manngjųrd įstųšir og skikkir, hoyra rųdd Hansara, sum kann endurnżggja sįlina til eitt ęvigt lķv viš orši Sķnum.

Yndisevni Kristusar var faširligi eymleikin og Guds ovurstóra nįši. Hann dvųldi nógv viš heilaga lyndi og lóg Hansara. Hann gav Seg Sjįlvan til fólkiš sum er Vegurin, Sannleikin og Lķviš. Latiš hetta vera evniš ķ tęnastuni hjį Kristi trśbošarum. Beriš sannleikan sum hann er ķ Jesusi. Geriš taš, sum lógin og evangeliiš so tżšuliga krevur. Sigiš fólki frį uppofrandi og sjįlvsnoktandi lķvi Kristusar; um eyšmżkingarnar og deyšan; um uppreisnina og feršina upp til Himmalin; um millumgongutęnastuna ķ Himlanna salum; um lyftir Hansara, og her undir, at “Eg komi aftur og taki tykkum til Mķn, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri. ” (Jóh 14:3)

Heldur enn at hava oršadrįttir um skeiv įstųšir, ella at strķšast viš fķggindarnar ķmóti evangeliinum, so fylgiš heldur fyridųmi Kristusar. Veitiš feskar sannleikar śt śr lųšu Guds ? Kveikiš neistar inn ķ lķviš. «Prędikiš oršiš!» . . . «Sįiš nęr viš ųll vųtn!» . . . ”Veriš til reišar ķ tķš og ótķš.” . . . «Men hann, iš hevur orš Mķtt — tališ hann orš Mķtt ķ sannleika ? hvat hevur hįlmurin viš korniš at gera ? sigur Harrin.» . . . «Alt orš Guds er reint; Hann er teimum skjųldur, sum lķta į Hann. Legg einki aftrat orši Hansara, tķ so revsar Hann teg, og tś stendur sum ein lygnari ........» (2 Timoteus 4:2; Esajas 32:20; Jeremias 23:28; Oršatųkini 30:5-6)

”Sįšmašurin sįar oršiš”
Her kemur stóra ašalreglan, sum alt arbeiši viš śtbśgving įtti at bygt į. ”Sįšiš er Guds orš.” Men ķ mongum av okkara skślum veršur orš Guds ķ dag tagt burtur. Onnur evnir fylla allar tankarnar. Granskan av heidnum rithųvundum fęr stóra rśmd ķ skipanini innan skślagįtt. Skeptiskar lęrur verša tvinnašar uppķ skślabųkurnar. Vķsindalig granskan gerst til villleišingar, tķ tess uppdagingar verša skeivt śtlagdar og snarašar. Guds orš veršur lķkna viš vķsindsins ivasomu lęru, og veršur gjųrt ótrygt og óįlķtandi. Soleišis verša sįškorn ivans sįaš ķ sinn teirra ungu, sum spķrar fram ķ stundum til freistingar. Tįiš trśgvin į orš Guds er mist, hevur sįlin ongan vegleišara og onga trygga grund, og tey ungu verša drigin śt į gųtur, sum leiša burtur frį Gudi og frį einum ęviga lķvi.

Hetta kann ķ stóran mun leggjast undir alla óręttvķsina, sum heimurin er fullur av ķ dag. Tįiš orš Guds veršur lagt til viks, fer kraftin at verša skerd at standa ķmóti hjartans natśrliga lyndi. Menn sįaš ķ holdiš og heysta spilt ķ holdi.

Og nś kemur so eisini ein munandi skerjan ķ sinni og ųktum dugnaloysi. Tį tankar og sinn venda orši Guds baki, kemur fųšin til sinniš ķstašin frį ikki andskveiktum skriftum, iš krypla, spilla og grovka taš. Tankarnir nema ikki tęr djśpu grundreglurnar śr ęvigum sannleikum. Skilvitiš lagar seg til at fata višurskiftir, sum ein er vęl kendur viš – og soleišis gerst halganin bara veikari til at fata įvķs onnur ting, kraftin minkar og eftir einari tķš er hon uttan mųguleikar fyri at vaksa aftur.

Alt hetta er rangvųrg śtbśgving. Arbeišiš hjį lęraranum er at festa tankarnar hjį tķ unga til teir stóru andskveiktu sannleikarnar ķ orši Guds. Hetta er taš tżdningarmesta ķ allari śtbśgving bęši fyri hetta lķviš og fyri taš komandi.

Tankin er ikki at forša gransking ķ vķsund ella at leiša til lęgri śtbśgvingarstųši. Tvųrturķmóti. Kunnskaparstųšiš hjį Gudi er eins hųgt og Himmalin er hųgur og breiddin į Universinum. Taš er einki, sum er so alandi til menning og lķvgevandi sum ein granskan ķ stóru evnunum, iš viškoma ęviga lķvi okkara. Hjįlpiš tķ teimum ungu at lofta teimum gudgivnu sannleikunum, og tankavirksemi teirra fer tį at vķška seg og gerast sterkt til framtķšar arbeiši. Taš vil leiša tey lesandi til at verša oršsins gerarar, og til betri evnir at hugsa, sum tryggjar teimum hópin av kunnskapi, sum er uttan spillu og forgeingiligheit.

Tann śtbśgving, sum fęst viš at rannsaka skriftirnar, er menning ķ royndum til frelsuętlanina. Ein slķk śtbśgving vil endurbyggja mynd Guds ķ sįlini. Hon vil styrkja og tryggja sinniš ķmóti freistingum og śtgera nęmingin at vera samverkamann Kristusar ķ nįšisvirkseminum fyri heimin. Taš ger hann til lim ķ hini himmalsku familjuni; og fyrireikar hann at verša partur ķ at fįa arv hinna heilagu ķ ljósi.

Men hin halgaši sannleikalęrarin fęr bert giviš taš, sum hann sjįlvur eigur av egnum royndum. ”Sįšmašurin sįaši Sķni sįškorn.” Kristus undirvķsti sannleikan, tķ Hann er Sannleikin. Egnu tankar Hansara, lyndiš og lķvsroyndir vóršu ķ frįlęruni. Soleišis eisini viš tęnarum Hansara: Teir, sum frįlęra oršiš, skulu eisini gera oršiš til teirra egna viš sķni persónligu roynd av tķ. Fyri at lśka taš, ert tś noydd/ur til, at vita hvat taš vil siga, at fįa gjųrt Kristus til sķn vķsdóm, sķtt ręttvķsi, sķna halgan og frķgering – at vera sett/ur ķ fręlsi. Tį Guds orš er boriš śt til onnur, skal taš ikki vera sum ein varhugi ella eitt kanska. Nei, tey skulu yvirlżsa taš eins myndugleikakent og Pętur gjųrdi: «Tķ ikki var taš snilt upphugsašum ęvintżrum, vit gingu eftir, tįiš vit kunngjųrdu tykkum kraft og komu Harra okkara Jesu Krists; nei, vit vóru eygavitni til hįtign Hansara. » (2 Pęt 1:16) Allir tęnarar Kristusar sum eru trśbošarar ella skślalęrarar eiga at kunna siga hetta saman viš Jóhannesi: «Lķviš var opinberaš, og vit hava sęš taš; og vit vitnaš og kunngera tykkum lķviš, hitt ęviga, sum var hjį Faširinum, og varš opinberaš tykkum. » (1 Jóh 1:2)

Jųršildini viš vegjašaran
Taš, sum lķknilsiš um sįšmannin mest snżr seg um, er, hvat sįškorniš kann fįa at vaksa śr jųršini. Og ķ hesari myndataluni segši Jesus ķ veruleika hetta viš Sķnar įhoyrarar: Taš er eingin tryggleiki fyri tykkum at standa og nišurgera arbeiši Mķtt ella at leggja seg undir eitt vónbrot, tķ lęra Mķn ikki passer til tykkara hugsanir. Taš, sum er av allarstųrsta tżdningi hjį tykkum, taš er: Hvussu fara tit viš Mķnum bošskapi? Ęviga lagna tykkara er tengd at, um tś tekur hann til tķn ella um tś vrakar hann.

Um sįškorniš, sum endaši ķ vegjašarinum, lęrdi Hann: ”Tįiš fólk hoyra oršiš um Rķkiš og ikki skilja taš, tį kemur hin óndi og skręšir taš burtur, sum varš sįaš ķ hjartaš; og taš er kornsįšiš, sum fór ķ jašaran viš vegin.”

Sįškornini sum endašu ķ vegjašarinum, umboša orš Guds, sum varpaš veršur śt ķ hjųrtu hjį gįloysnum lurtarum. Eins og ein nógv nišurtrampaš gųta av fólki og djórum, er taš hjarta, sum gerst til eina meginleiš fyri veršsliga feršslu, stuttleikar og syndir hennara. Upptikin av sķnum egnu įhugamįlum og eftirgevandi fyri syndini, taš eru hesar sįlirnar, sum verša «…. herdar viš sviki syndarinnar! » (Hebr 3:13) Tey andaligu evnini lammast. Menniskju hoyra oršiš, men tey skilja taš ikki. Tey fįa ikki eyguni upp fyri, at taš viškemur teimum sjįlvum. Tey sanna ikki sķn egna tųrv ella vandan. Tey sķggja ikki kęrleika Krists og missa nįšibošskapin eins og hann ikki kom teimum viš.

Eins og fuglur stendur og bķšar eftir at pikka sįškorn upp śr vegjašarinum, so stendur Satan til reišar at pilka alt sannleikans frę śt aftur śr sįlini. Satan og einglar hansara vitja altķš samkomur har evangeliiš er boriš fram og Himmalsins einglar royna at innprenta Guds orš ķ hjartaš. (Heilagi Andin ger taš, tvs. einglarnir Jóh 14:26; Job 33:23)

Tį er fķggindin eisini į varhaldi at ógilda taš talaša oršiš. Viš tķ įlvara, iš einans kann samanberast ónda sinn hansara, roynir hann at forkoma Andans verki (Hugsķ śtsendan anda, eingli (Hebr 1:13) Himmalsins einglar – sum omanfyri – er aftur og aftur ķ EGW’s og Bķbliunnar oršalag, sķ vķšari Hebr 2:1-4) Tįiš Kristus dregur sįlina viš kęrleikanum, roynir Satan at leiša uppmerksemi įhoyraranna burtur frį tķ, sum skal fįa teir at leita til Frelsaran. Hann fęr tankarnar nišur į veršsligar hęddir. Hann eggjar til kritikk, iva og vantrśgv. Oršavęl talarans ella hįttur at fųra seg fram vil ikki altķš at dįma įhoyrarum, og tį dvųlja summi viš hesar manglar. Soleišis veršur sannleikin ofta įlopin, sum tey sjįlv mangla, og taš, sum Gud ķ nįšini hevur sent teimum, linkaš ķ kraft viš at seta spor av tķ ytra upp fyri, so at įhoyrarnir ikki skuldu fįa nakra varandi įvirkan av bošskapinum og gloyma taš annars satt bošaša.

Satan eigur nógv hjįlparfólk.
Mong, iš jįtta seg kristin, hjįlpa freistaranum at pikka sannleikans sįš burtur śr hjųrtum annara. Nógv, sum lurtašu eftir trśbošan av orši Guds, taka taš viš heim at ummęla og finnast at. Tey dųma um prędikuna, eins og tey vildu gjųrt viš vanligan fyrilestur ella politiska talu. Tann bošaskapurin, sum tey įttu at sęš sum orš Harrans, veršur višfarin ķ speišrekandi hittinoršum og ironiskum višmerkingum. Lyndi prędikumans, motiv og geršir eins og hįttur at višfara limur ķ samkomuni eru evnir ķ oršaskifti. Haršir dómar fellast og nišurgeršandi umtalur nógv endurtiknar — og hettar hoyra óumvend menniskju. Slķkar višmerkingar koma eisini mangan, ķmešan bųrnini eru hjį og hoyra hvųrt orš. Mong eru į tann hįtt misleidd til at sķggja viš minni viršing til orš Guds.

Soleišis verša ung ald upp til heidningar, sjįlvt ķ heimum viš jįttandi kristnum. Foreldrini spyrja hvķ bųrn teirra eru so lķtiš įhugaš ķ glešibošskapinum, og so skjót at kasta ivar į bķbliusannleikan. Tey undra seg yvir, at taš er so trupult at nįa tey, taš veriš seg viš moralskari og įtrśnarligari įvirkan. Tey sķggja ikki sķtt egna forheršaša fyridųmiš at hava sett seg ķ hjarta barnsins. Taš góša sįškorniš fekk einki plįss at festa rųtur og Satan tók taš burtur.

Sįaš į klettagrund – ķ hellujųršildi – ķ gaddajųrš
“Taš, sum sįaš varš ķ gaddajųrš, er tann, iš hoyrir oršiš, og alt fyri eitt tekur viš tķš viš gleši. Men hann hevur ikki rót ķ sęr og heldur bert śt ķ eina tķš; tįiš so trongd og atsókn kemur fyri oršsins skuld, veršur hann (ella hon) fyri falli viš taš sama. ” (Matt 13:20-21)

Taš sįškorniš, sum endar ķ gaddajųrš, fęr bert grunna mold. Plantan nęlir skjótt, men rųturnar fįa ov lķtiš av fųšslu fyri helluni og fųlna tķ skjótt. Mong menniskju, sum jįtta seg til eina trśgv, eru slķkir lurtarar frį gaddajųrš. Eins og hellan liggur beint undir jųršildinum, er taš natśrliga hjartaš sjįlvsųki undir teirra egnu ynskjum ķ leitan eftir gróšrarbotni. Kęrleikin til ein sjįlvan er ikki hildin ķ teymi. Tey hava ikki sęš hvussu yvirmįta syndig, at syndin er, og tessvegna er hjartaši ikki eyšmżkt undir tess skuldarkenslu ķ syndaneyš. Hesin bólkurin av menniskjum eru ikki so lęttur at sannfųra, og kunnu ikki umvenda seg klįrt og greitt, tķ tey hava bert ein so grunnan įtrśna nišur į helluna.

Taš er ikki tķ, at hesi fólkini ikki eru skjót at taka ķmóti oršinum, og ei heldur tķ, at tey ikki gleša seg yvir taš, at tey falla frį. Eins skjótt og Matteus hoyrdi Frelsarans kall, reisti hann seg upp, fór frį ųllum og fylgdi Honum. Beinanvegin at taš guddómliga oršiš nemur viš okkara hjartaš, vil Gud, at vit taka viš tķ viš gleši; og taš er rętt at gera so, tķ «Eg sigi tykkum: Soleišis skal vera gleši ķ Himli um hvųnn ein syndara, iš vendir viš, meira enn 99 ręttvķsum, sum ikki tųrvar umvending. » (Luk 15:7) Og hvųr sįl er glaš sum trżr į Kristus. Men ķ lķknilsinum er sagt um hesi, at tey vóru skjót at taka viš oršinum, men tóku ikki ųll višurskiftini viš upp til metingar. Tey hugsašu ikki um, hvat orš Guds veruliga krevur av teimum. Tey stóšu ikki straks andlit til andlits viš sķnar dagligu vanar, og tamarhaldiš frį vanunum tók tey skjótt aftur undir sķtt vald.

Ein planta tryggjar fyrst rųturnar ķ moldini, og rótin fųšir so plantuna viš lķvi uttan at taš er sjónligt omanį. Soleišis er eisini viš kristnum; taš er viš sįlarinnar sameining viš Kristusi ķ trśgv, at taš andaliga lķviš fęr sķna fųšslu. Men tey, sum standa og lurta į hellugrundini viš gaddajųrš, lżta į seg sjįlvan meira enn į Jesus Kristus. Tey lķtaš į sķnar egnu góšu geršir og góšu hugskot, og eru ręttuliga sterk ķ sķnari egnu ręttvķsi. Men tķverri, tey eru ikki sterk ķ Harranum, og ķ veldisstyrki Hansara. Ein slķkur «eigur onga rót ķ sjįlvum sęr»; tķ hann er ikki sambundin viš Kristus.

Heita summari, iš styrkir og bśnar ta góšu avgrųšina, tekur eisini burtur taš, sum ikki hevši sterka rót. Soleišis er taš eisini viš honum, “sum hevur lķtla rót, og heldur bert śt ķ stutta tķš,” og “og orsaka av trongd ella forfylging vegna oršiš, straks fellir frį. ” Nógv velja evangeliiš meira sum ein veg at flżggja undan lķšing, heldur enn at hugsa er um at verša sett ķ fręlsi frį synd. Tey gleša seg eina stund, tķ tey halda religiónina loysa seg frį trupulleikum og royndum. Og so leingi at lķviš gongur vęl, so er sjįlvsmyndin, at tey eru trśfųst kristin. Men tey troyttast skjótt undir hini haršu freistanarstund. Tey orka ikki at bera skomm fyri Kristus. Tįiš Guds orš peikar į eina synd, sum er goymd, ella at kravt veršur sjįlvsavnoktan ella uppofran, so taka tey įstoyt. Taš vil kosta teimum ov nógv og bęši tyngja og broyta lķviš so grundleggjandi. Tey sķggja bįgar og ampar, sum tey nś fįa ķ royndum, og gloyma hin ęviga realitet. Eins og įpostlarnir fóru frį Jesusi, siga tey: «Taš er hųrš tala; hvųr orkar at hoyra hana? » (Jóh 6:60)

Tey eru nógv, sum siga seg tęna Gudi, men ikki kenna Hann av roynd. Tey eiga ynski um at gera vilja Hansara, men grunda alt į egnar hugir, ikki į heilaga Andans djśpu sannfųring. Atferšin harmonerar ikki lóg Guds. Tey vįtta at Kristus er teirra frelsari, men trśgva ikki į, at Hann vil geva teimum kraftina til at vinna į syndunum. Tey hava ikki taš persónliga višurskiftiš til sķn livandi frelsara og lyndiš vķsir bęši arvašar og uppelskašar manglar.

Eitt er at samtykkja ķ millugongu heilaga andanna į vanliga hįttin, annaš er at góštaka arbeiši Guds viš at havast at og at kalla til sanna išran. Mong kenna į sęr kaldligt višurskifti frį Gudi ķ royndunum at veruleikagera seg burtur śr tręldóminum til egnu ynskir og syndina. Tey mega kżta seg fyri at endurnżggja seg; men hava sera sera ilt viš at krossfesta seg sjįlvan. Tey geva seg ikki fult og heilt ķ hond Kristusar, leitandi til ta heilagu kraftina at kunna gera vilja Hansara. Viljin er ov lķtil til at lata seg forma ķ ein heilagan lķkskap viš Hann. Tey jįtta sķtt ófullkomni ķ vanliga lķvinum, men uppgeva ikki heilt sķnar serligu og ķtųkiligu syndir. Tann gamla sjįlvsųkjandi natśran fęr nżggja styrki ķ ųllum teimum skeivum geršum.

Hin einasta vónin til hesar sįlirnar er, at tęr sjįlvar višurkenna sannleikan ķ oršum Kristusar til Nikodemus: “Tit mugu fųšast av nżggjum.” . . . “Veršur ein ikki fųddur av nżggjum, kann hann ikki sķggja rķki Guds. ” (Jóh 3:7.3)

Sonn halgan er heildin ķ tęnastuni hjį Gudi. Hetta er treytin fyri sonnum kristnum lķvi. Kristus bišur ikki um eina sundurlutaša, men eina treytaleysa halgan ķ heilari tęnastu. Hann krevur bęši hjarta, sinn, sįl og styrki. Einki skal verša hugsaš um seg sjįlvan. Tann, sum livir fyri seg sjįlvan, er ikki kristin!

Kęrleikin mį vera grundregan ķ ųllum. Kęrleikin er undirliggjandi ašaltįtturin ķ stjórnan Guds bęši ķ Himlinum og į jųršini, og hann mį eisini vera taš ķ lyndi hins einstaka kristna. Einans taš kann gera hann stinnan og stųšufastan. Hetta eina fer at fįa hann fųran fyri at standa ķmóti ķ royndunum og freistingunum.

Og kęrleikin vil verša opinberašur ķ ofrinum. Frelsuętlanin varš framd viš einum ofri – eitt so breitt, djśpt og hųgt offur, at eingin fęr mįlt taš. Kristus gav alt fyri okkum, og tey, sum taka ķmóti Kristusi, vilja vera til reišar eisini at ofra alt fyri teirra Endurloysara. Tankin um ęru Hansara og dżrd Hansara vil standa fremri enn alt annaš.

Um vit elska Jesus, elska vit eisini at liva sum Hann, bera Honum takoffur og arbeiša fyri Hann. Sjįlvt arbeiši tendrar og ljómar. Fyri Hansara skuld góštaka vit pķnu, slit og uppofran. Vit eiga samhuga Hansara ķ longslinum eftir at frelsa menniskjuni. Vit skulu merkja hendan sama eyma longsulin eftir sįlunum sum Hann hevur fųlt.

Hetta er Kristi trśgv og lęra. Alt, sum ikki rųkkur hesum stųšinum, er ein villleišing. Bert ein įstųšilig trśgv ella ein jįttan sum lęrusveinur bjargar ongari sįl. Vit hoyra ikki Kristusi til, uttan at taš er fult og heilt. Hitt hįlvhjartaša kristna lķviš fęr menn til at vikna ķ mįlsetningi og at sjinkla ķ geršini. Fęst ein bęši viš at tęna sęr sjįlvum og at tęna Kristusi, veršur hann ein lurtari frį gaddajųršini oman klettin og hann veit ikki nęr royndirnar koma į hann.

Millum tjarr, tornir og broddar
”Taš, sum var sįaš millum tornir, er tann, iš hoyrir oršiš, men tķmilig stśran og svikaliga lokkan rķkdómsins kųvir taš, so taš ongan įvųkst ber.” (Matt 13:22)

Sįškorn evangliumsins fellir ofta millum tjarr, tornir og skašiligt ókrśt; og kemur ikki ein moralsk broyting inn ķ mannahjartaš, og gamlir vanar og taš fyrra syndiga lķviš ikki er lagt aftur um bak, og eginleikar Satans riknir śt śr sįlini, so veršur hveitikorniš kųvt. Broddar stinga seg upp um grųšina og forkoma hveitini.

Nįšin fęr bert trivist ķ tķ hjarta, sum alla tķšina fyrireikar seg fyri sannleikans dżrabaru sįškornum. Tornir syndsins vaksa ķ ųllum jųršildum og tųrva onga rųkt; men nįšin mį neyvt rųkjast og ansast. Tistlar og tornir fara altķš at spķra upp, og arbeiši viš at lśka mį alla tķšina gangast eftir umaftur. Um hjartaš ikki er undir valdi Guds, og heilagi Andin ikki stųšugt arbeišir viš at betra og reinsa lyndiš į Guds brįšpannu, fara gamlir lķvshęttir at stinga seg upp aftur. Menniskju kunnu jįtta, at tey trśgva evangeliinum, men eru tey ikki halgaš viš evangeliinum, vil jįttanin ikki gagna. Vinna tey ikki sigur į syndini, so vinnur syndin į teimum. Tistlarnir viš tornum, sum vóršu skornir burtur, men ikki skryktir upp viš rót, vaksa skjótt aftur, inntil sįlin er fult stroydd av teimum.,

Kristus nįgreinaši ųll tey vandamiklu višurskiftini fyri sįlina. Skrivaš er ķ Markusar evangelium, hvussu Hann nevndi heimsins gremjandi ekka, rķkidųmis hvųrvisjónir og ašrar stuttleikans lystir. Lukas mįlar taš sama viš fķnum strokum. Taš er taš, sum kųvir oršiš og vųksturin av tķ andaliga sįškorninum. Sįlin heldur uppat at fįa andalig fųšslu frį Kristusi og doyr tį andaliga sęš ķ hjartanum.

”Sorgir av hesum heimi”
Eingi menniskju sleppa undan freisting frį veršsligum ekka. Taš kann vera fįtękradųmi, slit, neyš og óttin fyri at mangla til dagin og vegin, sum gevur flųkjur og byršar. Og hin rķki er bangin at missa av ognini og hevur mongd av stśran og gremjan. Nógv kristin hava gloymt lęruna, tįiš Hann minti tey į blómurnar į markini. Tey lżta tey ikki į Hansara umsorgan. Kristus fęr ikki boriš byršar teirra, tķ tey vilja ikki leggja tęr į Hann. Tķ verša stśranir her ķ lķvinum, sum skuldu fingiš tey at leita til Frelsaran eftir hjįlp og troyst, meira til ein foršan, sum skilir tey burtur frį Frelsaranum.

Nógv fólk, sum kundu verši fruktagóš ķ tęnastu Guds, royna bara eftir rķkidųmi. Tey nżta allar kreftir ķ eitt nś handli og kenna seg noydd at forsųma alt av andaligum slag. Soleišis reka tey frį Gudi. Vit eru ķ skriftini įlųgd ikki at vera “flógv ķ ķšinskapi okkara! ” (Rom 12:11) Vit skulu virka soleišis, at vit hjįlpa teimum sum mangla. Kristin eiga at arbeiša. Tey kunnu eisini takast viš handil og gera taš uttan at synda. Men mong eru so upptikin av tķ, at stundir verša ikki til bųn; at granska ķ Bķbliuni ella at sųkja og tęna Gudi. Tį rżmir sįlarinnar langtan til halgan og Himmalin; men taš er ikki tķš til at dvųlja hjį heimsins larmi og at venda sęr frį tign Anda Guds viš myndugleika ķ framburšinum frį oršinum. Ęvinleikans višurskiftir koma ķ ašru rųš, og heimsins ting standa ovast. Og tį er ógjųrligt hjį sįškornum oršsins at bera fruktir. Sįlin fęr jś bara fųšsluna frį at liva av heimsins tistlum og tornum.

Og mong, sum arbeiša viš heilt ųšrum mįlum, fella ķ lķknandi mistųk. Tey arbeiša fyri annara besta; skyldurnar eru krevjandi, tey hava stóra įbyrgd, og arbeišiš letur til at troška halgan burtur. Samfelagiš viš Gud ķgjųgnum bųn og granskan av orši Hansara veršur forsųmt. Tey gloyma, at Kristus segši: «... skildir frį męr kunnu tit einki gera.» (Jóh 15:5) Tey feršast burturi frį Jesusi, og lķviš broytist ikki viš nįši Hansara. Eitt sjįlvsųkjandi lyndi veksur fram. Teirra tęnasta er spilt av ynski um sjįlv at rįša, tey eru hųrš og ein ódįmlig medfer sęst į tķ ikki undirgivna hjartanum. Hetta er eitt av stóru loyndarmįlunum ķ kristnum arbeiši. Og taš er tķ, at śrslitini mangan verša so vįnalig.

”Gykl rķkidųmis og njótingar ķ hesum lķvi”
Kęrleikin til rķkidųmi er blindandi villleišandi kraft. Tey, sum eiga veršsligan rķkdóm, gloyma ofta, at taš er Gud sum gav umstųšurnar til hendan vęlstand. Tey gloyma rįš Guds: «Sig tį ikki ķ hjartanum: Taš er mįttur mķn og sterka hond mķn, iš hevur vunniš męr alt hetta rķkidųmi. » (5 Mós 8:17) Heldur enn at vera Gudi takksamur, fųra ognirnar summi fólk til at hevja seg upp. Tey missa kensluna av bundninum til Gud, og skyldunum ķmóti sķnum nęstu. Heldur enn at sķggja vęlstandin brśktan til at ęra Gudi viš at hevja upp mannaęttina, so hava tey sķni hyggirįš ķ at tęna sęr sjįlvum. Ķstašin fyri at menna eginleikar Guds ķ menniskjum, verša rķkidómarnir nżttir til at menna Satans eginleikar ķ menniskjum. Sįškorniš veršur tį kųvt av tornunum.

Njótingar, sum einans eru fyri at nųkta sjįlvan seg, eru sera vandamiklar. Ųll eftirgevan, sum veršur til ein vana, viknar um ta likamligu styrkina, kįmar sinniš ella doyvir taš andaliga klįrsżniš, og her eru taš ”…. hinir holdligu lystir, sum eru ķ bardaga viš sįlina!” (1 Pęt 2:11)

”Hugurin er til so nógv annaš.”
Taš er ikki neyšugt at verša syndugt ķ sęr sjįlvum, men taš er synd, um nakaš veršir sett fyrst og framman fyri Guds rķki. Hvat taš so enn er, sum dregur tankarnar burtur frį Gudi, og hvat taš so enn er, sum dregur kęrleikan frį Kristusi, er fķggindskapur ķmóti sįlini.

----------------

So leingi at tankar og sinn eru ung og kraftfull, er persónligheitin ķ skjótari menning og viš stórari freistanum at tęna sęr sjįlvum. Um veršslig ętlan gevur eydnu, er mann natśrliga hugašur til at halda fram į somu kósini, sum tį kann drepa samvitskuna og forša ręttari meting av virši ķ einum framśrskarandi lyndi. Tįiš umstųšurnar frķtt sleppa at avgera allari menning, tį fer vųksturin gjarna at sķggjast til at vaksa tann vegin, sum orš Guds ikki loyvir.

Ķ hesum skapandi skeiši ķ lķv barns og tķ unga, er įbyrgd foreldranna serliga stór. Taš įtti at veri teirra fremsta granskan og ynski at fevna bųrnini og tey ungu viš tķ rųttu hollu įvirkan, eini įvirkan, sum fremur ta buršardyggu lķvsįskošanina og gevur sanna framgongd. Men ķstašin fyri at gera taš, hugsar meiriluti av foreldum meira sum taš fyrsta endamįliš um, at tryggja teimum góša veršsliga framgongd. Eisini er vinarskarib ofta valdur viš hesum ķ huga. Mong foreldur seta bśgv ķ stórum bżi fyri at vķsa bųrnunum nżmótans samfelagiš. Her vassa tey ķ ringum įvirkanum, sum eggja til veršsligheit og hugmóš, og ķ hesum umhvųrvinum tódna bęši sįl og sinn. Lķvsins hųgu og tignarligu mįl hvųrva śr eygsjón. Taš framķhjįręttindi, at vera Guds synir og dųtur sum arvingar til ein ęvinleika, verša her skift śt viš veršsligar fyrimunir.

Mong foreldur royna at fremja eydnu barnsins viš at geva eftir fyri stóra hugi barnsins at stuttleika sęr. Tey lata taš luttaka ķ ķtrótti og ķ ųšrum felųgum at stytta stundir, tey geva tķ pening til frķa nżtslu, at vķsa seg fram og nųkta seg viš. Jś stųrri ynskir til stuttleikar, iš verša gingin į mųti, tess stųrri verša ynskini. Įhugin hjį ungum er eisini meir og meir tengdur til taš stuttliga, til taš at enda gerst sjįlt mįliš ķ lķvinum. Tey fįa sęr vanar viš leti og at geva eftir fyri sęr sjįlvum. Soleišis veršur taš so viš og viš nęstan ómųguligt hjį barninum og tķ unga at verša ein śthaldandi kristin.

Enntį samkoman, sum įtti at veriš sannleikans grundsśla, eggjar fólki til sjįlvsųknar stuttleikar. Tįiš pengar skulu savnast til eitt hvųrt religiųs endamįl, hvat gera samkomur tį? Jś, tęr skipa fyri basari, suppugildi, veitslum til vęlgeršandi endamįl og selja enntį lutasešlar og hava onnur slķk pįfund. Ofta veršur tilbišjan av Gudi vanhalgaš, og mį vķkja plįssiš fyri fest, drykkjugildi, keypi, sųlu og giftum ķ hjśnarband. Viršingin minkar fyri hśsi Guds og at sżna tign ķ tilbišjan av Gudi. Gįttin fyri sjįlvstamarhaldi lękkar. Tey verša eggjaš til sjįlvsųkni, matarlyst og kęrleikan til at vķsa seg fram, og alt hettar fęr meira og meira mįtt, so hvųrt at taš er slept leyst.

Veišan til at hava taš stuttligt viš skemti og gaman mišsavnar seg mest ķ bżum. Nógv foreldur, sum velja at bśseta seg ķ bżi fyri at geva bųrnunum fleiri mųguleikar, fara at verša vónbrotin og angra stóra mistakiš tį ov seint er. Bżirnir nś ķ tķšini broyta seg skjótt at lķkjast Sodoma og Gomorra. Teir mongu festivalarnir eggja ungum at ganga fyri einki. Spennandi ķtróttartiltųk, sjónleikarhśs, spęlihśs, brennivķns śtskeinking, klubbar, felųg o.a.m. ressar ofta til ódlig virksemir. Tey ungu verša rikin viš av vęl dįmdum rįkum. Tey, sum lęra seg at elska stuttleikan fyri sķna egnu skyld, opna slśsurnar fyri flóšaldum av freistingum. Tey fara til sosialar vertskapir viš skemti til tóman lįtur. Og umgangstónin saman viš teimum, iš bara elska stuttleika, hevur ein rśsandi virkna į sinniš. Tey verša lokkaš til eitt slag av ólevnaši fyri og annan eftir, til tey einaferš missa ynskiš og mųguleikan fyri at liva eitt gott gagnlig lķv. Teirra įtrśnarliga stremban er fryst til ķs og andaliga lķviš er sloknaš ķ myrkur. Ųll tey hęgri evnini, og alt sum bindir menniskjaš til hin andaliga heimin, veršur nišraš og mannminkaš.

Taš er satt, at nųkur sķggja sķtt tįpuliga lķv og išra seg. Gud vil fyrigeva teimum. Men tey hava lųstaš egnu sįl sķna og sett seg ķ lķvslangan vanda. Kraftin ķ viti og vandni, sum altķš eigur at vera hvast og nemandi fyri at skilja millum rętt og rangt, veršur ķ stóran mun spilt sum mįtistokkur. Tey eru ikki eins skjót at hoyra vegleišandi rųdd heilaga Andans ella til at skilja taš, sum Satan leggur an viš. Tey falla mangan ķ freistingina ķ vandans lųtu, og verša leidd burtur frį Gudi. Endin į stuttleikalķvinum er tį ein spilla ķ hesum heiminum og fyri hin komandi heimin.

Stśran, rķkidųmi, undirhald – taš eru bert nųkur amboš, iš Satan nżtir ķ spęli viš mannasįlum. Įvaringin er: “Elskiš ikki heimin, ei heldur taš, sum ķ heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kęrleiki Faširins ikki ķ honum. Tķ alt, sum ķ heiminum er — lystir holdsins, lystir eygnanna og stoltleiki lķvsins ? er ikki av Faširinum, men av heiminum.” (1 Jóh 2:15-16) Hann, sum lesur mannahjųrtu eins og opna bók sigur: «Men varšiš tykkum, at hjųrtu tykkara ongantķš verša tyngd av nógvari njótan og drykkiskapi og stśran fyri hesum lķvi, so hin dagur kemur į tykkum óvart!» (Luk 21:34) Og Paulus skrivaši: «Tey, sum rķk vilja verša, falla ķ freisting og snerru og mangar tįpuligar og skašiligar girndir, sum sųkkja menniskjuni nišur ķ oyšing og undirgang. Tķ peningakęrleiki er rót til alt ilt; av hesi girnd eru nųkur vilst frį trśnni og hava gjųgnumstungiš seg sjįlv viš mongum kvųlum.» (1 Tim 6:9-10)

Velting innan sįaš veršur
Ķ lķknilsinum um sįšmannin, vķsir Kristus ymisk śrslit, tįiš fari varš at sįa, og sįškornini lendu ķ ólķkari mold. Undir allari sįingini er sįšmašurin hin sami og sįškorniš taš sama. Į henda hįtt frįlęrir Hann, at um orš Guds miseydnast at gera sķtt arbeiši ķ hjarta og lķvi okkara, so er orsųkin okkara egna. Śrslitiš er undir okkara egnu avgerš og įbyrgd. Vegjašarin, gaddajųršin og taš tornafylta lendi skilt sum ymsir lurtarar av orši Guds, har nżtast ongum teirra at verša verandi tann ringa moldin. Andi Guds roynir įhaldandi at fįa fólk burtur śr tķ blinda gandi, sum bindir tey til taš veršsliga – og įminnir ynskiš til óforgeingiligan skatt. Taš er viš at seta seg ķmóti Andanum, at fólk verša vanskettin og gloyma Orš Guds. Tey hava įbyrgd fyri sķnum egna harša hjarta, sum foršar hinum góša sįškorni ķ at festa góša rót, og taš eru tey sjįlv, sum lata óndan gróšur sleppa at órógva tess vųkstri til ein misvųkstur.

Urtagaršur hjartans mį rųkjast. Moldin mį veltast viš djśpari išran av synd. Eitrandi sataniskar plantur mugu takast upp viš rót. Geršiš ella vųllurin. sum fyrr var yvirtikiš viš tistlum og ųšrum ókrśti, kann einans fyrireikast viš įgrżtnum arbeiši. Soleišis kann hitt natśrliga hjartaš og tess skeivu įbendingar bert vinnast į viš įlvarsamum arbeiši ķ styrki og navni Jesusar. Harran gav hesi bošorš viš profetum Sķnum: ” Takiš tykkum nżggja mark at sįa ķ, og sįiš ikki millum tornir!” . . . ”Sįiš tykkum sįš ķ ręttvķsi, fįiš tykkum heyst eftir boši kęrleikans . . . inntil Hann kemur og letur regna ręttvķsi nišur yvir tykkum. ” (Jeremias 4:3; Hóseas 10:12) Hetta arbeiši vil Hann gera fyri okkum, og Hann bišur okkum at samstarva viš Seg.

Sįšmašurin hevur eitt arbeiši viš at fyrireika hjųrtuni til at taka ķmóti glešibošskapinum. Taš veršur gjųrt viš ymsum prędikuvirksemi og ov lķtiš er gjųrt viš veruligum hjarta-til-hjarta-arbeiši. Taš er ein tųrvur fyri persónligum arbeiši fyri sįlum, sum eru į veg ķ glatan. Viš einum Kristus-lķknandi samhuga eiga vit at koma nęr til menniskjuni og royna at vekja teirra įhuga fyri teimum ęvigu stóru višurskiftum. Hjųrtu teirra kunnu gerast eins hųrš og ein samantrżstur hųvušsvegur, og tį nyttar taš at sķggja til lķtiš og einki at vķsa til Frelsaran, men um logikkur einki flytir og próvfųrslan ikki eigur mįttin at sannfųra, so kann Kristi kęrleiki, sum opinberšašur veršur ķ persónligum mann til mann virksemi fyri Jesus gera eitt steinhjarta bleytt, soleišis at sannleikans sįškorn kann gróšrseta seg viš góšari rót.

Soleišis hevur sįšmašurin įbyrgd fyri, at sįškorn ikki verša kųvd av tornum ella fara fyri einki ķ grunnari mold. Tįiš taš kristna lķviš byrjar, eigur ein og hvųr trśgvandi at fįa lęrt lķvsins grundleggjandi ašalreglur (av sįšmanni). Hin kristnaši eigur at lęra, at hann ikki einans veršur frelstur av ofri Krists, men at hann skal gera Kristi lķv til sķtt lķv eins og gera Kristi lyndi til sķtt lyndi. Hann mį lęra at bera byršar og avnokta allar natśrligar hugir. Latiš tey lęra signingina viš at arbeiša fyri Kristusi, og fylgja Honum ķ sjįlvsnoktan, og at śthalda taš haršrenda eins og hermenn. Latiš teir lęra at lķta į kęrleika Hansara og leggja allar stśranir upp ķ hendur Hansara. Latiš teir fįa smakkin av glešini viš at vinna sįlir til Hann. Ķ kęrleikanum og įhuganum fyri teimum glatašu fara hesi tį at missa sķtt egna ego śr eygsjón. Heimsins stuttleikatilboš vilja tį missa sķna atdrįttarmegir, og ok tess, iš mangan syndraši mótiš. Sannleikans plóvjarn ger arbeišiš. Taš loysir upp ta fast stśgvašu moldina og sker ikki einans taš ovasta av tornum, men vil taka alt taš óynskta ókrśtiš upp viš rót.

Sįaš ķ góša jųrš
Sįšmašurin veršur ikki altķš vónbrotin. Um sįškorn sum fall ķ góša jųrš, segši Frelsarin: “… Taš bar grųši, sumt hundrašfaldaša, sumt sekstifaldaša og sumt trķatifaldaša” . . . “hetta eru tey, sum hoyra oršiš, taka viš tķ og bera įvųkst. ”

Tey, ”góšu erligu hjųrtuni” sum lķknilsiš eisini fevnir, eru ikki menniskju uttan synd; tķ evangeliiš skal bošast fyri ųllum teimum mistu. Kristus segši, “Eg eri ikki komin at kalla ręttvķs, men syndarar. ” (Markus 2:17) Tann, sum letur seg sannfųra av heilaga Andanum, skal roknast uppķ at hava taš góša erliga hjarta. Viškomandi jįttar synd sķna, og kennir tųrvin fyri nįši og kęrleika Guds. Og hann / hon hevur eitt falsleyst ynski og hevur tikiš sķna avgerš um at vilja kenna sannleikan, og at verša honum lżšin. Taš góša hjarta er taš trśgvandi hjarta. Taš er ein, hvųrs trśgv hvķlir į orši Guds. Og uttan trśnna er taš ógjųrligt at takaš viš oršinum. «Uttan trśgv er taš ómųgulligt at toknast Gudi. Tķ tann, sum stķgur fram fyri Gudi, mį trśgva, at Hann er, og at Hann lųnir teimum, iš sųkja Hann.» (Heb 11:6)

”Hetta er hann, sum beinanvegin tekur ķmóti oršinum viš gleši. ” Fariseararnir į Kristi tķš lótu eygu sķni aftur, soleišis at teir einki sóu, og oyru teirra hildu teir fyri, soleišis at teir einki kundu hoyra; og tķ fekk sannleikin ikki rokki hjųrtum teirra. Teir fįa revsing fyri teirra medvitašu óvitan og sjįlvgjųrda blindleika. Men Kristus lęrdi įpostler Sķnar at rętt er at lata sinni sķtt upp fyri at vera lęrdir, og at vera til reišar at trśgva. Hann lżsti eina signing yvir teir, tķ teir nś vóru farnir at sķggja og nś hųvdu fingiš oyrir teirra trśgvandi.

Hesir vęl grundašu įhoyrararnir “tóku viš tķ, ikki sum menniskjaoršiš, men sum orš Guds…. ” (1 Tess 2:13) Einans tann, sum tekur ķmóti skriftini eins og rųdd Guds til seg, talar viš hann, sum ein sannur lęrari. Hann hevur skelvandi viršing fyri oršinum, tķ taš er veruleiki fyri seg! Hann blašar upp og skilir taš, og hjarta hansara tekur ķmóti tķ! Hesir įhoyrarar vóru slķkir menn sum Kornelius og vinir hansara. Teir sųgdu viš Pętur įpostil: «Nś eru vit ųll stųdd her fyri įsjón Guds at hoyra alt, iš tś hevur fingiš boš um av Harranum. » (Įp 10:33)

Kunnleikin til sannleikan treytar seg ikki so nógv į styrki ķ vitan, sum taš, at hava eitt reint endamįl og įlvaran ķ tķ einfųldu bundnu trśnni. Einglar Guds koma til tey, sum leita eftir guddómligari vegleišing viš eyšmjśkum hjarta. Hetta, at heilagi Andin veršur givin teimum til at opna rķkdómar sannleikans.

Teir vęl grundašu įhoyrararnir varšveita oršiš. Satan og óndu umboš hansara eru ikki fųrir fyri at beina fyri tķ.

Men taš er ikki nokk bara at hoyra ella at lesa oršiš. Tann leitandi, sum ynskir at fįa gagniš av Skriftini, mį djśphugsa móttiknar sannleikar frį henni, jśst sum teir eru sżndir. Viškomandi mį lęra hvat sannleikans orš merkja undir įlvarsligari bųn og viš eftirhugsni drekka ķ botn av Andans bikari frį tķ heilaga halgidóminum.

Gud bišur okkum fylla sinniš viš stórum reinum tonkum. Hann vil hava okkum at grunda yvir kęrleika og nįši Hansara, og gera taš ķmešan vit granska ta stóru frelsuętlanina. Tį vil okkara fatan av sannleikanum gerast klįrari, hęgri, halgari og vil innihalda avgeršina um eitt reint hjarta viš reinsašum tonkum. Sįlin hvķlir tį ķ einum reinum andarśmi av heilagum tonkum, sum verša broyttir ķ samfelagi viš Gud ķ granskanini av Skriftni.

”Og at bera frukt.”
Tey, sum hava hoyrt oršiš og varšveittu taš, fara at bera góšar fruktir ķ lżdni. Orš Guds, sum veršur tikiš ķ stųrsta įlvara inn į sįlina, vil vķsa seg ķ geršum, sum fagna Gudi. Śrslit tess veršur eitt lyndi sum lķkist Kristusar. Og Hann segši um seg sjįlvan: “At gera vilja Tķn, Gud Mķn, er gleši Mķn, lóg Tķn er męr ś hjarta. ” Sįlmur (40:9) “Eg sųki ikki vilja Mķn. men vilja Hansara, sum sendi Meg. ” (Jóh 5:30) Og skriftin sigur eisini: «Tann, sum sigur seg verša verandi ķ Honum, er eisini bundin til at hava somu atferšina sum Hann.» (1 Jóh 2:6).

Orš Guds kollsiglir mangan viš menniskjans trśarvillur frį uppaldum lyndiseyškennum śr ymsari mentan og lķvshęttum. Men fyri taš vęl grundaša holla menniskja, sum hoyrir, tekur ķmóti og góštekur allar treytir og krųv Guds, geldur, at lķvshįtturin, skikkirnir og gerandis lķvsfųrslan verša lųgd heilt undir orš Hansara. Veršur hugsaš um tey ofta avmarkandi og feilandi mannabošini, so verša tey heilt uttan tżdning undir lišini į orši hins almįttuga Guds. Hesin persónurin leitar eftir hinum ęviga lķvinum av fullum hjarta, og ikki viš einum sundurlutašum sinni. Hann vil vera lżšin fyri ųllum sannleikanum, um taš so skal kosta honum stórar missir, forfylging ella deyša.

Og hann gevur frukt ” viš tolsemi. ” Ikki ein, sum tekur viš orši Guds sleppur undan trupulleikum og royndum. Men tįiš trupulleikarnir koma, veršur hin sanni kristni ikki tikin av fótum śr frišinum, veršur mistrśgvin ella mótleysur. Hóast vit ikki sķggja tey avgjųrdu śrslitini av ųllum višurskiftunum ella eru fųr fyri at gjųgnumskoša allar ętlanir ķ forsjón Guds, so skulu vit ikki leggja įlitiš frį okkum. Tįiš vit minnast nįšigįvur Harrans, eiga vit at leggja allar okkara stśranir į Hann og bķšja ķ tolsemi og trśgv eftir frelsu Hansara.

Andaliga lķviš heršist ofta undir mótgongdini. Gagnlig trongd mennir mótstųšufųri ķ lyndi til dżrabarar nįšigįvur. Tann besta kęrleiksfruktin, eitt nś spakfųri, veršur mangan best sęš ķ storminum undir myrkum skżggjum.

Hugsiš um bóndan: ” So veriš nś tolnir, brųšur, inntil Harrin kemur! Bóndin bķšar eftir dżrabara įvųksti jaršarinnar; bann bķšar tolin eftir honum, inntil hann fęr heystregn og vįrregn. ” (Jįkup 5:7) Soleišis skal hin kristni eisini bķša tolin eftir veruleikageršini av Guds orši ķ sķnum lķvi. Tįiš vit bišja um Andans nįšigįvur, arbeišir Gud ofta viš at svara bųnum okkara, og ger taš viš at seta okkum ķ višurskiftir sum mennir hesa frukt; men vit skilja ikki altķš ętlanarvegir og undurverk Hansara, og gerast tį mótleys. Tó kann eingin menna hesar nįšigįvurnar, uttan at standa ķ vųkstri og bera fruktir. Arbeiši okkara er tķ at taka ķmóti orši Guds og at halda rimmarfast ķ tķ, geva okkum sjįlv undir fulla ręši tess. Tį fara tey stóru mįlini, iš vit hava, at verša rokkin.

” Tann, sum elskar meg, ” segši Kristus, ” vil halda fast viš orš Mķtt, og Fašir Mķn vil elska hann, og Vit skulu koma til hann og taka bśgv ķ honum. ” (Jóh 14:23) Ein sterk nót er tį runt um okkum, viš tķ fullkomna sinnalagi; tķ vit hava eitt livandi samband viš eina ótųmandi kraft. Vit koma ķ guddómliga lķvinum ķ eitt fangaš višurskifti til Jesus. Vit skulu ikki longur liva eitt vanligt sjįlvsųki lķv, men Kristus skal liva ķ okkum. Lyndi Hansara skal verša endurreist ķ natśr okkara. Soleišis fara vit at bera fram fruktir heilaga Andans – «Nakaš bar trķatifaldaša frukt og nakaš trżsfaldaša frukt og nakaš bar hundrašfaldaša frukt.»