Kristi ætlanarlæra kapitel 7. Fra side 95tilbage

Eins og súrdeiggið

Hesin kapittulin er úr Matteus 13.33 og Lukas 13.20, 21.
Lærdir menn, sum vóru høgt í metum, vóru komnir at hoyra galileiska profetin. Summir teirra vóru ovfarnir av skaranum, sum flokkaðist um Kristus, meðan Hann lærdi niðri við sjóvarmálan. Fólk úr øllum samfelagsbólkum vóru í hesum stóra skara. Har vóru fátæk; fólk, sum ikki dugdu at lesa; hasin neyðarsligi biddarin; ránsmaðurin við skuldarkensluni lýsandi av andlitinum; tann løstaði; tann bræsni; keypmaðurin; hin mentaði; høg og lág, múgvandi og fátæk; - øll trokaðu at finna sær eitt pláss, so tey kundu hoyra, hvat Kristus talaði. Sum hesir lærdu eygfóru hendan sprøkluta skaran, spurdu teir seg sjálvar: Er Guds ríki soleiðis sum hesi, ið her standa? Enn einaferð svaraði Frelsarin við einum líknilsi:

Himmiríkið er eins og eitt súrdeiggj, sum ein kvinna tók og koyrdi trý mál av mjøli í, til alt var súrnað.

Hjá jødunum varð súrdeiggið stundum brúkt sum ein mynd av synd. Um páskirnar vórðu fólk biðin um at fáa súrdeiggið út úr húsinum, fáa tað burtur úr teirra hjørtum. Kristus ávaraði sínar lærusveinar: "Varið tykkum fyri súrdeiggi farisearanna; teirra hykli." Lukas 12,1. Og Paulus apostul talar um "tað vánaliga og ónda súrdeiggið". 1. Kor. 5,8. Men í líknilsi Frelsarans verður súrdeiggið brúkt sum ein mynd av Himmalinum. Tað ímyndar kveikjandi og gjøgnumstreymandi kraft.

Eingin er so óndskapsfullur; eingin er so djúpt fallin, at tað er størri enn hendan virkandi kraftin. Ein og hvør, sum gevur seg inn undir Heilaga Andan, fær í sær ein nýggjan lívshátt; mista ímynd Guds verður endurskapt í mannaættini.

Men menniskjan kann ikki broyta seg sjálva við egnari viljastyrki. Hon eigur ikki ta kraftina, sum kann virka slíka broyting. Súrdeiggið - sum kemur aðrastaðni frá - má eltast inn í matin, áðrenn hendan broytingin kann henda. Soleiðis má ein og hvør syndari taka ímóti náði Guds, áðrenn hann er verdur til dýrd ríkisins. Øll mentan og útbúgving, sum heimurin kann geva, megnar ikki at gera eitt burturspilt syndarinnar barn til eitt Himinsins barn. Kraftin til broytingina má koma frá Gudi. Ta endurskapandi kraftina kann bara Gud geva og broytingin kann bara henda gjøgnum Heilaga Andan. Ein og hvør, sum ynskir frelsu, høgur ella lágur, ríkur ella fátækur, má geva seg undir hesa kraftina, so at hon kann virka.

Eins og súrdeiggið, sum verður elt inn í máltíðina fyri at virka úteftir, so er við umbroyting hjartans, at Guds náði virkar til at umbroyta lívið. Ein útvortis broyting fær okkum ikki í samfelag við Gud. Mong royna at broyta og rætta hendan ella handan vanan og soleiðis vóna tey at gerast kristin, men tey byrja á skeivum staði. Fyrsta arbeiðið hendir í hjartanum.

At játta trúgv og so at eiga sannleikan í sálini eru tvey ymisk fyribrigdi. Kunnskapur um sannleikan einsamallur er ikki nóg mikið. Kunnskapurin má vera, men hugsanir okkara broytast neyvan. Tú mást venda við í hjartanum og halgast.

Ein, sum roynir at halda Guds boð av plikt - tí tað verður kravt av honum - fær ikki gleðina um sítt lýdni. Hann er ikki lýðin. Tá Guds krav gerst ein byrði, tí tað stríðir móti tí, sum menniskjan hevur hug til, vita vit, at lívið ikki er eitt kristið lív. Satt lýdni er tað, sum kemur fram innanífrá. Tað kemur av kærleika til rættvísi, kærleika til Guds lógir. Tað serliga við øllum rættvísi er okkara trúfesti til loysnara okkara. Tað fær okkum at gera tað rætta, tí tað er tað rætta - tí tað rætta er at gera Guds vilja.

Stóru sannleikarnar um umvending hjartans gjøgnum Heilaga Andan lesa vit um í orðum Kristusar til Nikodemus: "Sanniliga, sanniliga sigi Eg tær: Tann, ið ikki er føddur av nýggjum, kann ikki síggja ríki Guds. . . . Tann, ið ikki er føddur av vatni og anda, kann ikki koma inn í Guds ríki. Tað, sum er føtt av kjøti, er kjøt, og tað, sum er føtt av Anda, er andi. Undrast ikki um, at eg segði tær: Tit mugu føðast av nýggjum. Vindurin blæsur hagar, hann vil, og tú hoyrir suðið av honum, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur og hvagar hann fer. Soleiðis er við hvørjum tí, sum er føddur av Andanum." Joh. 3,3-8

Paulus ápostul, leiddur av Heilaga Andanum, skrivar soleiðis: Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við - eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara, - gjørt okkum livandi við Kristusi - av náði eru tit frelst,- og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin, í Kristi Jesusi, fyri at Hann í hinum komandi tíðum kundi vísa, hvussu ómetaliga rík náði Hansara er við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi, tí av náði eru tit frelst, við trúgv - og tað ikki av tykkum sjálvum; tað er gáva Guds. Ef. 2, 4-8.

Súrdeiggið, sum verður fjalt í mjølinum, virkar ósjónliga, so tað treingir inn í alt deiggið; á sama hátt virkar sannleikans súrdeiggj stilt og støðugt í loyndum fyri at broyta sálina. Tað, sum fyrr var, verður bloytt og undirlagt. Nýggir tankar, nýggjar kenslur, nýggjar áskoðanir alast fram. Ein nýggjur samleiki kemur - Kristi lív. Sinnið broytist; førleikar skerpast til nýggjar avbjóðingar. Menniskju fáa ikki nýggj evni, men evnini halgast. Samvitskan verður vakt. Tænasta okkara fyri Gudi fær fjald evnir at livna.

Mangur spyr: Hví eru so mong, sum siga seg at trúgva Orðinum, men har tað ikki sæst aftur sum ein hugburðsbroyting í talu, anda og einum vaktum sinni? Hví eru so mong, sum boygna undir mótstøðuni móti teirra ætlanum, og sum øsa seg og brúka hørð orð, niðurgering og missa tamarhaldið á sær? Í lívi teirra sæst framvegis sami kærleikin og eftirlátið til sín sjálvs; sama harða sinnið og tala, sum hjá verðsligum. Har er sama lívganin av egnum stoltleika og kenslum, sum kennist á øðrum, og tey eru líka nærtakandi, sum tey. Orsøkin er, at tey ikki hava vent við. Tey hava ikki sannleikans súrdeiggj í hjartanum. Tað hevur ikki fingið frið at gera sína ávirkan galdandi. Tey hava ikki slept teirra náttúrligu eftirgeving fyri tí ónda. Kristi náði er ikki sloppin framat at broyta teirra sinni. Kol. 99,1.

Trúgvin kemur av tí, sum hoyrt verður, og tað, sum hoyrt verður, kemur úr kraftini av Kristi orðum. 'So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við Orði Kristusar'. Róm.10.17. Bíbilsku skriftirnar eru sterka amboðið, sum broytir sinnið. Kristus bað: 'Halgið tey í sannleikanum; Orð Títt er sannleiki'. Jóh.17,17. Tá Orð Guds verður lært í lýdni hjartans, sleppur einki vanheilagt fram at. Heilagi Andin virkar sannføring um synd, og trúgvin virkar í hjartanum kærleika til Kristus, og likam, sál og andi okkara myndast av Hansara mynd. Tá kann Gud brúka okkum til at gera Hansara vilja. Kraftin, sum kemur inn í okkum, speglast av okkum til onnur, soleiðis sum hon kom í okkum.

Sannleikarnir í Guds Orði eru grundleggjandi fyri umvendingina av menniskjans sál við trúgv. Teir eru ikki ov høgir og háhalgaðir, so teir ikki hóska inn í gerandisdag menniskjans. Teir røkka inn í himmalin og gjøgnum ævinleikan, men eisini inn í lív menniskjans. Teir eru við í stórum og smáum í tilveruni.

Kemur sannleikans súrdeiggj inn í hjartað, fer tað at ávirka okkara ynskir, reinsa hugsanir og lætta um hýrin. Tað skapar ró í sál og sinni til kenslur - til kærleika.

Heimurin hevur ilt við at fata menniskju, sum hýsa slíkum eginleikum. Fólk, sum eru sjálvsøkin og kraddut, liva mest fyri at tryggja sær ognir og ríkidømi, heiður og stuttleika í hesum heimi. Slík hava ikki eygað fyri ævinleikanum. Men hjá Guds børnum eru slík verðslig ynski ikki altavgerandi. Ein slíkur vil fyri Kristi skuld avnokta mangt slíkt og vil heldur virka í tí stóra bjargingararbeiðinum millum menniskju uttan Kristus og uttan vón í hesum heimi. Slík menniskju fatar heimurin ikki; tí hesi eru upptikin av ti æviga. Kristi kærleiki kemur inn í hjartað og ger tey frí. Slíkur uppofrandi kærleiki vinnur á øllum øðrum og ber tann, sum eigur hann, upp um onnur ynski og omanfyri heimsins oyðileggjandi ávirkan.

Guds Orð eigur at hava eina halgandi ávirkan á samfelag okkara við øll menniskju. Sannleikans súrdeiggj elvir ikki til stríð við onnur, sjálvgóðsku ella kapping um at verða fremstur. Hesin himmalgivni kærleikin er veruligur; ikki sjálvsøkin ella broytiligur. Hann ávirkast ikki av rósandi umtalu. Hjartað á tí, sum fær Guds náði, flýtur yvir av kærleika til Guds og til teirra, sum Kristus doyði fyri. Einum slíkum tørvar ikki at verða róstur. Hann elskar ikki onnur, tí tey elska og virða hann, ella tí tey rósa tí, hann ger, men tí tey hoyra Gudi til, keypt við Kristi deyða. Verður hann misskiltur ella illa umtalaður, gerst hann ikki illur, men fylgir síni kós. Hann er vinaligur, umhugsin og hugsar í eyðmýkt um seg, - kortini við vón, lítandi á Guds miskunn og kærleika.

Ápostulin áminnir okkum: "Eins og Hann, sum hevur kallað tykkum, er heilagur, skulu eisini tit vera heiløg i lívi tykkara, tí skrivað stendur: "Tit skulu vera heiløg, eins og Eg eri heilagur". 1. Pæt, 1,15-16. Kristi náði sæst aftur í huglagnum og tónalagnum. Eins og bróður talar við bróður í eymleika, so eiga vinarlig orð og eggjandi tala at vera í øllum samskifti. Ein eingil er hjástaddur. Lívið andar ein søtan anga, sum stígur upp til Gud sum heilagt roykilsi. Kærleikin er í vinsemi, umhugsni, tolni.

Tað sæst á andlitinum. Við Kristusi í hjartanum, skínur andlitið á tí, sum elskar Hann og heldur boð Hansara. Har er sannleikin skrivaður. Sæli friður himmalsins er sjónskur. Sjónligari enn kærleiki manna.

Súrdeiggj sannleikans broytir menniskjað; tað ger tað samfingna fínt, tað ótolna tolið, sjálvgóðska gerst gávumildni. Óreinar hugsanir verða reinsaðar í Lambsins blóði. Lívgevandi kraftin gevur samhuga og guddómligt lív til tanka, sál og orku. Guddómligt lív sprettur úr mannalyndi. Kristus verður ærdur gjøgnum eitt reinsað mannasinni, og einglarnir syngja við ein samfeltan sang av frøði til Guds og Kristi heiður, tá náttúra menniskjans fær lut í tí Guddómliga.