Kristi ætlanarlæra kapitel 9. Fra side 115 | tilbage |
Hesin kapittulin byggir á Matteus 13,45.46. Kristus Sjálvur er tann dýrmæta perlan. Í Honum er øll dýrdin hjá Faðirinum, fullkomileikin hjá Guddóminum. Hann er endurskinið av Faðirsins dýrd og sjálv ímyndin av Faðirinum. Kristus er glæman av dýrd Faðirsins og ímyndin av veru Hansara. Dýrdin av veru Guds skilst av veru Kristusar. Hvør síða í Heilagu Skriftunum endurspeglar ljóma Hansara. Rættvísi Kristusar, sum ein rein, hvít perla, hevur onki lýti, ongan blett. Rættvísi Guds er sum ein rein hvít perla, hon hevur einki skursl, ongan blett. Maður kann ikki bøta um stóru og dýru gávu Guds. Hon er lýtaleys. Í Kristusi eru 'allir skattir vísdóms og kunnskaps - fjaldir'. Kol. 2:3. Hann er gjørdur okkum vísdómur og rættvísi og heilaggering og endurloysing'. 1.Kor,1:30. Alt, sum kann metta okkara tørvir og ynskir hjá mannasálini, í hesum heimi og tí komandi, er í Kristusi. Okkara endurloysari er perlan, so dýrabar, at í mun til hana má alt annað roknast sum missur. Kristus 'kom til síni egnu, og Hansara egnu tóku ikki ímóti Honum'. Jóh.1:11. Guds ljós skein í myrkrinum í hesum heimi, og 'myrkrið skilti tað ikki'. Jóh. 1:5. Men nøkur eru, sum geva himmalsku gávuni ans. Handilsmaðurin í líknilsinum umboðar tey, sum í álvara søkja sannleikan. Ymsastaðir í heiminum eru sannleikssøkjandi, sum granska bøkur og vísindi og trúarlærur í einum heidnum heimi at vita, um tey kunnu finna skattin fyri sálina. Ímillum jødarnar vóru fólk, sum søktu eftir tí, sum teimum tørvaði. Ónøgd við eina almenna trúarlæru leitaðu tey eftir tí, sum kundi lyfta andaliga støðið. Útvaldu lærusveinar Kristusar hoyrdu til hesi. Kornelius og etiopiski ráðharrin hoyrdu til tey seinnu. Teir bóðu um og longdust eftir ljósinum av Himli, og tá Kristus varð opinberaður teimum, tóku teir ímóti Honum við gleði. Í líknilsinum er perlan ikki ætlað sum ein gáva. Keypmaðurin lat alt, hann átti, afturfyri. Mong standa spyrjandi yvir fyri, hvat tað man merkja, eftirsum Kristus, í Skriftunum, verður roknaður sum ein gáva. Hann er ein gáva, men bara til teirra, sum geva seg sjálvi; sál, likam og anda, til Hansara uttan avmarkingar. Vit mugu geva okkum sjálvi til Kristus og liva okkara lív í undirgivni undir Hansara vilja. Alt, sum vit eru, allur kunnleiki og dygdir okkara eru Hansara at verða brúkt í tænastuni fyri Hann. Um vit geva okkum sjálvi heilt til Hansara, til Kristus, gevur Hann okkum eisini allar skattir Himmalsins við sær. Vit fáa perluna fyri ein høgan prís. Frelsan er ein frí gáva, og kortini verður hon keypt og seld. Í einum marknaði, har guddómlig náði ræður, verður hin dýra perlan roknað sum keypt uttan pening og prís. Á hesum marknaðinum er frítt hjá øllum at keypa av tí, sum Himmalin hevur at bjóða. Skattir dýrdleikans og sannleiks eru fyri øll. 'Sí, eg havi sett fyri tær einar opnar dyr,' sigur Harrin, 'og einki menniskja kann lata aftur.' Komið! Rødd Frelsarans bjóðar okkum í sannleika og kærleika at koma: 'Eg ráði tær at keypa frá Mær gull, roynt í eldi, so at tú kanst gerast ríkur.' Op.3.8, 18. Evangelium Kristusar er ein signing, sum øll kunnu ogna sær. Tann armasti eins væl og tann ríkasti kann keypa frelsuna; ikki fyri eina upphædd, sum heimurin kann útvega. Frelsan fæst afturfyri lýdni, við at vit geva okkum til Kristus, sum tann, sum hevur keypt okkum og tessvegna eigur okkum. Útbúgving, so høg og mæt hon kann vera, fær ikki flutt okkum nærri til Gud. Farisearirnir, sum høvdu allan framíhjárætt á tímiliga og andaliga økinum, søgdu í sínum stoltleika: 'Eg eri ríkur og havi yvirflóð, mær fattast einki" - og veitst ikki, at tú ert hin arma, ússaliga, fátæka, blinda og nakna!' Op.3,17. Kristus bjóðaði teimum ta dýru perluna, men tey vrakaðu hana, og Hann segði við tey: "Sanniliga, sigi Eg tykkum: Tollarir og skøkjur fara fyrr inn í ríki Guds, enn tit! Matt. 21,31. Vit kunnu ikki vinna okkum frelsu, men vit eiga at søkja eftir henni við slíkum nærlagni og ídni, sum svarar til, at vit eru til reiðar til at lata alt í verðini afturfyri at ogna okkum hana. Vit noyðast at leita eftir dýru perluni, men ikki á verðsligum sølutorgum ella sum heimurin leitar. Gjaldið, sum kravt verður, er ikki gull ella silvur, tí tey eigur Gud longu. Lat vera við at hugsa, at skjótir ella andaligir fyrimunir kunnu vinna tær frelsuna. Gud spyr eftir okkara vilja og lýdni. Hann biður teg sleppa syndini. 'Til tann, ið vinnur', sigur Gud, 'skal eg geva at sita við Mær á hásæti Mínum, eins og Eg eisini havi vunnið og eri setstur hjá Faðir Mínum á Hansara hásæti. Op.3:21 Summi eru, sum altíð tykjast at leita eftir himmalskum perlum. Men tey yvirgeva seg ikki heilt ella sleppa sínum skeivu vanum. Tey doyggja ikki sær sjálvum, so Kristus kann liva í teimum. Tí finna tey ikki ta dýru perluna. Tey hava ikki vunnið á teirra gudleysu tráanum og teirra kærleika til verðsliga lokkan. Tey taka ikki upp kross sín og fylgja Kristusi á leiðini til sjálvsnoktan og offur. Nærum kristin, tó ikki heilt kristin, tykjast tey at vera nær við himmalin, men tey koma ikki inn hagar. Næstan, men ikki heilt frelstur, merkir at vera ikki næstan, men heilt ófrelstur. Líknilsið um keypmannin sum leitar eftir ólastandi perlum, hevur dupulta merking; Tað merkir ikki bara menniskju, sum søkja kongadømið í Himli, men Kristus, sum leitar upp Sín mista arv. Kristus, himmalski keypmaðurin, sum leitar eftir dýrum perlum, sær dýrar perlur í vilstu mannaættini. Í menniskjum, sum eru niðurbrotin og tileinkisgjørd av synd. sær Hann møguleikan fyri bjarging. Hjørtu, sum hava verið ástøði í bardaganum við Satan, men sum eru bjargað við kærleikans megi, eru fyri Honum uppaftur dýrabarari enn tey, sum ongantíð eru fallin. Gud sær ikki mannaættina sum ónda og virðisleysa; Hann sær hana í Kristusi; sær, hvat hon kann gerast gjøgnum endurloysandi kærleikan. Hann savnaði alt ríkidømið í alheiminum og legði tað út sum gjald fyri perluna. Og tá so Jesus hevur funnið tað menniskjuna, innsiglar hann tað í sína egnu krúnu. 'Tí tey skulu vera sum gimsteinarnir í krúnuni, lyft upp í landinum, sum tekin um, at HARRIN Gud teirra skal frelsa tey tann dag; tey eru jú fólkið, ið Hann hevur tikið til fylgi Sítt; tí tey eru dýrir steinar í krúnuni og skyggja yvir land Hansara. Og tann dag, Eg útinni verk Mítt - sigur HARRIN Gud herskaranna - skulu tey vera ogn Mín, og Eg skal spara tey, eins og maður sparir son sín, ið tænir honum. Tá skulu tit aftur síggja mun á hinum rættvísa og hinum gudleysa; á tí, sum tænir Gudi, og tí, sum ikki tænir Honum. Men Kristus, sum tann dýrmæta perlan og okkara forrættur til at fáa hendan himmalska skattin, er evnið, sum okkum tørvar mest at dvølja við. Tað er Heilagi Andin, sum avdúkar fyri menniskjum, hvussu dýr hendan perlan er. Tíðin hjá Heilaga Andans kraft er tann tíðin, tá hin himmalska gávan var mist og er funnin. Á Kristusar foldardøgum hoyrdu mong gleðiboðskapin, men sinni teirra var myrkt av følskum lærum og tey kendu ikki hendan lítilætna læraran úr Galilea sum sendan frá Gudi. Men aftaná at Kristus var upprisin og heilagi Andin varð útheltur, vórðu tey sannførd um, at Kristus var millummaður millum Gud og menniskju og at hásæti Hansara var í Himli. Hvítusunnudag kunngjørdu vitni Guds kraftina frá tí upprisna Frelsaranum. Ljósið av Himli skar ígjøgnum tey myrku sinnini hjá teimum, sum høvdu verið villleidd av fíggindum Kristusar. Nú sóu tey Hann lyftan upp til at vera 'kongasonur og frelsari, sum náðaði Ísrael og fyrigav syndir'. Áp.5:31: Hann hevur Gud sett høgt við høgru hond Sína til høvdinga og frelsara fyri at veita Ísrael umvending og syndafyrigeving. Tey sóu Hann umgirdan av dýrd Himmalsins; við óavmarkaðum dýrgripum í hondunum at geva hvørjum tí, sum vendi við frá sínari mótstøðu. Tá apostlarnir greiddu frá dýrdini hjá einborna Syni Faðirsins, vórðu trýtúsund sálir sannførdar. Tey sóu seg, sum tey vóru, full av synd og óreinsku, og Kristus sum teirra endurloysara. Kristus varð lyftur upp, dýrdargjørdur gjøgnum kraftina frá Heilaga Andanum, sum hvíldi yvir mannamúgvuni. Við trúgv sóu hesi nýggju trúgvandi Hann sum hin Eina, sum hevði verið háðaður, líðandi og doyggjandi, so at tey ikki skuldi fara til grundar, men hava ævigt lív. Opinbering Andans av Kristusi sannførdi tey um kraftina og dýrdina, og tey rættu upp hendur sínar til Hansara, meðan tey váttaðu sína trúgv: 'Eg trúgvi!' Síðani vórðu gleðiboðini um, at Frelsarin var upprisin, borin út til ytstu mørk í tí tá kenda heiminum. Kirkjan, ella samkoman, sá skarar av endurføddum tysja til úr øllum heraðshornum. Trúgvandi vórðu endurreist, Syndarir savnaðust við trúgvandi kristnum til at finna ta dýru perluna. Profetaorðini vórðu uppfylt: Tey veiku skulu verða 'sum Dávid' og hús Dávids sum 'Eingil Guds'. (Sak.12:8). Hvør tann, sum var trúgvandi, sá í bróður sínum eina guddómliga samanrenning av góðgerðum og kærleika. Eitt mál var umráðandi. Sama málið svølgdi øllum øðrum málum. Øll hjørtu slógu í takt. Tað einasta, sum var umráðandi hjá teimum trúgvandi, var at líkjast Kristusi og at virka fyri at víðka Hansara kongadømi. Skararnir av teimum, sum trúðu, høvdu eitt hjarta og eina sál. Við stórari kraft vitnaðu apostlarnir um uppreisn Harrans Jesusar; og stór náði merkti tey øll. Áp. 4:32,33. Og Harrin lat hvønn dag nøkur leggjast aftrat, at tey skuldu verða frelst'. Áp.2:47. Andi Kristusar rørdi við alla samkomuna; tí tey høvdu funnið ta dýru perluna. Hesar hendingarnar skuldu endurtakast, og við stórari kraft. Úthellingin av Heilaga Andanum á Hvítusunnu var tað fyrra regnið, men seinna regnið gerst meiri. Andin bíðar eftir, at vit kalla á hann. Kristus skal aftur koma til sjóndar í fyllu Síni við kraft Heilaga Andans. Fólk vilja sleppa at síggja virðið á dýru perluni, og eins og Paulus apostul fara tey at siga: 'Men tað, sum var mær vinningur, havi eg fyri Kristusar skuld roknað fyri tap; ja, sanniliga, og eg rokni alt fyri tap móti tí, sum er so mangan meiri vert: At kenna Kristus Jesus, Harra mín, fyri hvørs skuld eg havi mist tað alt. Og eg rokni tað fyri skarn - fyri at eg kann vinna Kristus'. Filip.3:7,8 |