Við Meistarinum á fjallinum kapitel 1. Fra side 1 | tilbage |
Yvir fjúrtan øldir fyri Jesu føðing í Betlehem savnaðust børn Ísraels í Sikems fagra dali, har tey úr fjøllunum báðu megin hoyrdu prestar siga signingar og bann: » - signingina, so satt sum tit akta boð Harrans Guds tykkara .... og bannið, um tit akta ikki boð Harrans....« (5 Mós 11:27-28). Tí varð fjallið haðani signingarnar høvdu ljóðað, vorðið kent sum Vælsigningarfjallið. Men tað var ikki á Garizim at tey orðini fullu, sum komu at signa ein syndafullan angrandi heim. Ísrael vann ikki upp á tey høgu mál sum tí var ætlað. Enn ein Jósva mátti leiða fólkið til trúarinnar sonnu hvílu. Vælsigningarfjallið var ikki longur í Garizim, men eitt ókent fjall við Genesareth sjógv, har Jesus talaði sæluprísanir fyri lærusveinunum og einum fólkaskara. Latið okkum nú hugsa aftur á hesa pallmynd, saman við lærusveinunum í hesi líðini, og seta orð á teir tankar og tær hugbirtingar, sum fyltu hjørtuni. Út frá eini fatan um týdningin av Jesu orðum til áhoyrarnar, síggja vit í teimum eitt nýtt lív og vakurleika. Og vit kunnu sjálv ogna okkum eina djúpari læru, sum hesir tankar bera okkum. Í hesi tíð tá ið Frelsarin byrjaði virkið, vóru tær vanligu ímyndirnar um Messias og hansara verk soleiðis, at tær gjørdu fólkið óskikkað at taka ímóti honum. Hin sanna ond gudsóttans var mist í viðtøkur og siðir. Profetarnir vórðu útlagdir eftir hugmóðsins jarðisku hjørtum. Jødarnir væntaðu ein komandi Messias, men ikki ein frelsara frá synd. Teir væntaðu ein stórfúrsta, ið skuldi fáa øll fólkasløg til at undirgeva seg leyvuna av Júda. Til einkis hevði Jóhannes Doyparin í kraft gamla profetanna rópt til umvendingar. Uttan hepni hevði hann við Jórdanánna víst til Jesus sum Guds lamb, ið ber heimsins synd. Hann royndi at leiða tey til Esajas profet ígjøgnum hin líðandi frelsarin, men tey vildu ikki lurta. Um teir frálærandi og teir leiðandi í Ísrael høvdu latið seg ávirka av Jesu umskapandi náði, vildi hann havt gjørt teir til sendiboð ímillum fólkið. Tað var í Júdea, at koma ríkisins fyrst var boðað, og at kallið til umvendingar hevði ljóðað. Við at reka teir út, sum vanhalgaðu templið í Jerúsalem, hevði Jesus eisini givið til kennar, at hann var Messias, hin, sum skuldi reinsa sálina frá syndanna smittu, og gera fólk sítt til heiløg tempul fyri Harran. Men teir jødisku leiðarnir vildu ikki seta seg so lágt, at teir tóku ímóti tí lítisverda lærara úr Nazareth. Tá ið hann fyri aðru ferð vitjaði Jerúsalem, varð hann settur fyri Ráðið, og tað var einans óttin fyri fólkinum, sum gjørdi at teir høgu harrar ikki straks royndu at fáa lívið av honum. Tá hann fór úr Júdea, byrjaði hann síðani virksemi í Galilea. Arbeiðið á hesum stað hevði varað í nakrar mánar, innan hann helt Fjallaprædikuna. Boðskapurin, sum hann hevði borið runt um í landinum, var, at »Himmiríkið er komið nær.« (Matt 4:17). Og tað hevði givið ans í øllum fólkaløgum, og kveikt enn størri eldhuga til ærusjúkar vónir. Tíðindini um nýggja lærarin høvdu breitt seg út um mørk í Palæstina. Og hóast ta støðu, sum prestarnir tóku, so var tað vanlig hugsan, at hann kanska kundi vera tann útfríarin, sum fólkið hevði vónað eftir. Stórir skarar fylgdu eftir Jesusi, hvar enn hann so gekk, og eldhugurin ímillum fólkið var sera stórur. Tíðin kom at lærusveinarnir, sum stóðu Jesusi nærmast, skuldu knýtast enn nærri til arbeiðið, fyri at hesir stóru skarar ikki skuldu verða sviknir, eins og seyður uttan hirða. Nakrir av lærusveinunum høvdu verið við honum frá byrjan í virksemi, og næstan allir tólv høvdu verið við í Jesu familju. Men villleiddir av læru rabbinanna, stóðu teir eisini inni fyri tí vanligu hugsan um jarðiska ríkið. Teir skiltu ikki gerðir Jesusar. Teir høvdu longu kent seg ørkymlaðar og tyngdar av, at hann ikki gjørdi sær ómak til at styrkja málið við at tryggja sær stuðul frá prestum og rabbinarum. Eisini vóru teir ørkymlaðir, tí einki varð gjørt fyri at tryggja sín myndugleika sum kongur. Eitt verk mátti enn gerast fyri hesar lærusveinar, fyri at fáa teir skikkaðir til ta heilagu uppgávu, sum fall á teir, tá ið Jesus fór til Himmals. Men teir høvdu latið seg ávirkað av Kristi kærleika, og hóast at tað tók langa tíð fyri teir at koma til trúnna, so sá Jesus alíkavæl, at hesir vóru teir menn, sum hann kundi útbúgva og upplæra til sítt stóra verk. Og tá ið hann hevði verið saman við teimum nóg leingi, til í ein ávísan mun at tryggja trúnna á tað guddómliga í misjónini, og tá ið fólkið eisini hevði fingið óvikaligar vitnisburðir um mátt hansara, lá vegurin opin fyri djarvari yvirlýsing um grundreglurnar í ríki hansara, ið vildi hjálpa teimum at skilja tess sonnu náttúru. Á fjalli nær vatninum hevði Jesus alla náttina verið í bøn fyri hesar útvaldu menn. Í lýsingini kom hann oman og rópti á teir. Undir bøn og læring legði hann hendurnar á teir til at signa og halga teir til gleðiboðskapsins yrkið. Síðani fór hann saman við teimum oman til vatnið, har ein stórur skari longu var savnaður hesa árlu morgunløtu. Afturat tí vanliga flokkinum frá galileisku bygdunum, var eisini eitt stórt fólkatal komið úr Júdeu, umframt fólk úr Jerusalem, Peræa og frá tí hálvavegna heidna í Dekapolis, sum lá fyri sunnan í Judæa. Og har komu eisini fólk frá fønikisku býunum Týrus og Sidon við Miðalhavsstrondina. »Tá ið teir hoyrdu, hvussu stórar gerðir hann gjørdi,« komu teir »fyri at hoyra hann, og vórðu lektir fyri allar teirra sjúkur.« ... Og »kraft gekk út frá honum og lekti øll.« (Mark 3:8; Luk 17-19). Nú tann rættuliga smala strondin ikki nærhendis hevði nóg vítt pláss til hesa stóru fjøldina, til at øll sum ynsktu at lurta, eisini fóru at kunna hoyra hann, so fór Jesus til gongu við hópinum eftir sær aftur á fjallið. Og tá ið tey komu til ein toluligan slætta, ið kundi verða savningarblettur fyri stóru fjøldina, setti hann seg í grasið og lærusveinarnir tóku eftir og settu seg. Við kenslum av at nakað stórt var í vænti, høvdu lærusveinarnir troka seg nær til sín meistara. Tilburðir hesa árlu morgunstundina høvdu sett gongd í eina vissu um, at nú mundi ein kunngerð fara at koma um tað ríki, sum teir so spentir vónaðu, at hann skjótt vildi stovna. Ein góður hýrur av væntan fylti fjøldina og brennandi áhugin vísi seg eisini í andlitunum sum sterkur vitnisburðir um tann djúpa áhugan. Ímeðan teir sótu í heis grønu líðini og bíðaðu eftir tí guddómligu taluni, vóru teirra tankar og hjørtu vend ímóti framtíðar dýrd. Eisini skriftlærdir og farisearar vóru hjástaddir, sum sóu fram til dagin, at teir sjálvir skuldu ráðað yvir hataðu rómverjunum, og koma at eiga alt ríkidømið og skreytið frá teirra heimsríki. Fátækir bóndur og fiskimenn vónaðu at verða vissaðir um, at teirra vesælu smáttur, knøppu inntøkur, dagsins stríð og strev undir ótta fyri sakni, skuldi býtast um við rík og vælútgjørd slott og at teir fingu makaligar dagar. Ístaðin fyri tann grova klædning, ið teir vóru ílatnir um dagin, og teppi til náttina, vónaðu teir, at Kristus vildi geva teimum hertøkumansins dýru fínu dragtir. Øll hjørtu kendu seg gjøgnumstreymaði av vónum um, at Ísrael skjótt vildi vinna ein stóran heiður undir tjóðanna eygleiðing sum Harrans útvalda fólk, og at Jerúsalem nú vildi hevjast til høvuðsstaðin í hesum nýggja heimsríkinum. |