Við Meistarinum á fjallinum kapitel 2. Fra side 6 | tilbage |
Hann lat upp munnin, lærdi teir og segði: »Sæl eru hini fátæku í anda; tí himmiríkið er teirra.« Á døgum Krists helt gudiliga leiðslan seg vera ríka í andaligum skattum. Farisearabønin var: “Eg takki tær, Gud, at eg ikki eri sum aðrir menn.” (Luk 18:11). Hetta vísti ta vanligu hugsan hjá hansara slagi, og í stórt mát fyri fólkið í síni heild. Men í skaranum kring Jesus vóru nakrir, sum høvdu eina fatan um sína andaligu fátækt. Og tá Kristi kraft kom til sjóndar á tí undurvakra fiskidegnum, kastaði Pætur seg niður fyri føtur Frelsarans og segði: “Harri, far frá mær! Eg eri syndigur maður!” (Luk 5:8). Soleiðis var eisini við fjøldini, sum var savnað á fjallinum; tí sálir vóru har, sum samanborið við reinleika hansara kendu seg “vesælar og eymar og fátækar og blindar og naknar.” (Op 3:17).Og tey longdust eftir náði Guds, sum “varð opinberað til frelsu.” (Tit 2:11). Hjá hesum menniskjum kveiktu Jesu orð vónir, og tey sannaðu, at lív teirra stóð undir signing Guds. Jesus hevði bjóðað teimum signing kaliksins, sum hildu seg vera rík uttan tørvir (Op 3:17), men við vanvirðing vrakaðu tey náðigávuna.Tey, sum kendu seg væl og nøgd við støðuna, royndu ikki at fáa lut í rættvísi Krists. Hugmóðin sær ikki tørvin, og steingir tí hjartað fyri Kristusi og óendaligu vælsignilsunum, sum hann kundi givið. Slík hava ikki pláss í hjartanum fyri Jesusi. Tey, sum eru rík og heiðursverd í egnum eygum, biðja ikki um trúgv og fáa ikki Guds signing. Tey halda seg hava alt, halda seg fylt, og fara tí tómhend avstað. Tey, sum vita tað ógjørliga í at frelsa seg sjálvan ella í egnari megi at fremja rættvísa gerð, eru júst før fyri at meta um hjálpina, sum Kristus kann veita. Hesi eru tey fátæku í andanum og sum Hann sigur vera sæl. Tann Kristus fyrigevur, hjálpir hann fyrst at angra og yrki Halga Andans er at sannføra um synd. Tey, hvørs hjørtu eru vorðin ávirkað av Guds sannførandi Anda, skilja, at einki gott er at finna í sær sjálvum. Tey sanna, at alt sum tey yvirhøvur hava gjørt, er íblandað sjálvgóðsku og synd. Eins og stakkals tollarin standa tey væl burturfrá, tí tey ikki so frætt sum hætta sær at hyggja upp til himmals, og rópa: “Gud náði meg syndara!” (Luk 18:13) Og tey verða signað. Fyrigeving er at fáa til hin ihrandi, tí Kristus er “lamb Guds, sum ber alla synd heimsins”. Lyfti Guds er soljóðandi: “Um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær so eru reyðar sum purpur, so skulu tær verða hvítar sum ull” og “Eg skal geva tykkum nýtt hjarta ... og nýggjan anda skal Eg geva tykkum í bróstið.” (Es 1:18; Ez 36:26-27) Um tey fátæku í anda sigur Jesus: “Ríki Himmalsins er teirra”. Hetta er ikki eitt tímuligt harradømi á jørðini, sum áhoyrarnir vónaðu. Kristus lat upp sítt kærleiks-, náðis- og rættferðar andaliga ríki til fólkið. Líkleikin við Kristus er varðamerkið í Messiasríkinum. Tegnarnir eru tey fátæku í andanum, tey spaklyntu og tey, sum fyri at verja rættvísi verða meinsøkt. Himmiríkið er teirra. Eitt verk, sum ikki enn er fullgjørt, er tó byrjað í teimum, og tað ger tey “før fyri at fáa part í arvaluti hinna heilagra í ljósinum.” (Kol 1:12). Øll, sum fata sína sálarfátækt og síggja, at í sær sjálvum er einki gott, kunnu finna rættvísi og styrki lýtandi til Jesus. Hann sigur: “Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera. - Eg skal geva tykkum hvílu!” (Matt 11:28). Hann bjóðar tær at býta fátækradømi við ríkidømi náðis sínar. Vit eru ikki verdug til Guds kærleika, men Kristus, sum er borgari okkara, er verdigur, og hann er fult út førur fyri at frelsa øll, sum koma til sín. Hvørjar royndir tú enn hevur haft í fortíðini, og hvussu daprar tínar núverandi umstøður enn eru, so vil vár miskunnsami frelsari møta tær langt burtur og fevna teg við sínum kærleiks ørmum, og sveipa teg inn í sín rættvísiskappa, um tú vilt koma til Jesus, júst sum tú ert veikur, hjálparleysur og ørkymlaður. Hann lýsir okkum fyri Faðir sínum, ílatin sín egna sinnalags hvíta búna. Hann talar mál okkara hjá Gudi og sigur: Eg havi sett meg í stað syndarans. Hygg ikki eftir hesum vilsta lambi, men hygg at mær! Um Satan rópar hart ímóti sálum okkara kærandi okkum fyri Gudi, og krevur okkum sum ránsveiðu, so talar blóð Krists við enn størri mátti. “Bert í Harranum - skulu tey siga - er rættvísi og styrki.... Í Harranum skulu tey fáa rætt sín.” (Es 45:24-25). »Sæl eru tey, ið syrgja, tí tey skulu fáa troyst.« Slík syrgjandi “skulu verða troystað”. Gud vísir okkum skuld okkara, tí vit skulu skunda okkum til Kristus, og við honum loysast úr syndatrælkan og gleða okkum í frælsi Guds barna. Í sannari ihran kunnu vit við fót krossins leggja byrðar okkara av okkum. Orð frelsarans hava troystarboð til tey, ið líða trongdir ella missa nakað teimum er kært. Sorgir okkara næla ikki upp úr moldini.”Tí tað er ikki av hjarta, Hann plágar menniskjabørnini og voldir teimum sorg.” (Harm 3:33) Tá ið hann loyvir royndum og trongdum, so ger hann tað “okkum til gagn, so vit skulu fáa lut í heilagtleika hansara.” (Hebr 12:10) Ífall at royndin, sum kennist so beisk og trupul at bera, verður móttikin í trúgv, vil hon vísa seg at verða til vælsigningar. Tær øgiligu sálarkvølir, ið spilla jarðisku gleðirnar, fáa okkum at venda eyguni til himmalin. Og hvussu mong eru ikki tey, sum ongantíð vildu kent Jesus, um ikki sorgin hevði leitt tey til at leita sær ugga hjá honum! Lívsins royndir er hátturin hjá Gudi at taka burtur tað óreina og hvassa í lyndinum. Tá ið menn høgga og laga til, meitsla og pussa, kennist tað sum ein pínandi tilgongd. Tað er ikki lætt at verða trýstur inn ímóti einum malandi brýni, men steinar verða á tann hátt skikkaður til fyri at útfylla síni pláss í tí himmalska templinum. Tað er ikki eitt ónýtis tilfar, at Meistarin ger sær so nærlagt og gjølligt arbeiði við; tí einans teir dýrabarastu steinar verða høgdir til tempulsnið. Harrin vil arbeiða fyri øll, sum seta álitið á hann. Tey trúføstu fara tá at vinna stórfingnar sigrar. Tey fáa dýrabarar lærir og royndir. Himmalski Faðir okkara er aldrin líkasælur við tey, sum hava sorg. Tá Dávid “fór grátandi niðan á Oljufjallið við innballaðum høvdi og skóleysur (2 Sam 15:30), sá Harrin við miskunn til hann. Dávid var farin í sekk, og samvitskan píndi. Tey útvortis teknini um eyðmýking vitnaðu um ihran hansara. Grátandi legði hann við sundurbrotnum hjarta sítt mál fram fyri Gud, og Harrin vendi sær ikki frá tænara sínum. Dávid var ongantíð dýrabærari fyri kærleikans Gudi, enn tá hann fongdur av ringari samvitsku, flýggjaði fyri lívinum burtur frá fíggindum sínum, sum egni sonur hansara hevði øst upp til uppreistur. Harrin sigur: “Øll, ið eg elski, revsi og tykti Eg; tak tí álvara í teg og vend við!” (Op 3:19). Kristus hevjar tað ihrandi hjarta og góðskar ta syrgjandi sál, inntil hon verður bústaður hansara. Men hvussu mong okkara líkjast ikki Jákupi í trongdartíðini! Vit halda, at tað er hatur fíggindans, og í myrkri stríðast vit í blindum, til mátturin er uppi, og vit finna hvørki troyst ella útfrían. Guddómliga kontaktin vísti Jákupi eina himmalska veru í lýsingini. Hann hevði dystast við paktsins eingil. Grátandi og hjálparleysur legði hann seg inn at Jesu eymu bringu at fáa ta signing, sum sál hansara hevði longst eftir. Eisini mugu vit læra at skilja at royndir gagna, og at vit ikki mugu meta tugt sum vánaligt ella at gerast forsøgd, tá ið vit verða revsað av honum. ”Ja, sælur er tann maður, ið verður revsaður av Gudi! Vanvirð tí ikki tykt hins Alvalda; Tí Hann særir, og Hann bindir um, Hann slær, og hendur Hansara grøða.” (Job 5:17-19). Jesus kemur øllum sjúkum til hjálpar við lekidómi. Lív okkara við tess sorgum ogpínum, kann gerast søtari við dýrmætarikunning í nærveru hansara. Gud ynskir ikki, at vit áhaldandi eru trýst av kippandi sorg ella sundurbrotnum hjarta. Hann vil, at vit skulu hyggja upp og lýta at kærleiksfullu ásjón hansara. Tann hjálpandi frelsarin stendur undir liðini á mongum, hvørs eygu er so tárablendað, at tey ikki eru før fyri at síggja hann. Hann leingist eftir at taka í hendur okkara, og fáa okkum at hyggja eftir sær í einfaldari trúgv og loyva honum at vegleiða okkum. Hjartaði stendur opið at taka ímóti pínu, sorg og royndum okkara. Hann elskar okkum við ævigum kærleika, og hevur girt okkum inni við miskunn. Vit kunnu lata hjartað døvlja hjá honum, og hugsa um miskunn hansara dagin langan. Hann vil hevja sálina upp um dagliga sorg og trupulleikar, og vil lyfta hana upp til friðarins ríki. Umhugsið tað, tit, sum hava tað ringt og syrgja, at vera glað í vónini! “Hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara.” (1 Jóh 5:4) Eisini tey eru sæl, ið við Jesusi gráta í samkenslu um heimin í hansara sorg um syndina! Slík sorg er ikki íblandað sjálvsøkna hugsan. Jesus var bæði sorgar- og pínufongdur. Hann møtti øllum hjartans kvølum, sum einki mansmál fær lýst. Brot manna skræddu og knústu andan í sor. Við sjálvsoyðandi eldhugi stríddist hann at linna sakn og pínu, og hjartað tyngdist í sorg av at síggja fjøldina, ið noktaði at koma til sín at fáa lív. Øll, sum fylgja Jesusi, vilja møta hesi roynd. Eftirsum tey eru partur av hansara kærleika, eru tey eisini partur í møðsama arbeiðnum at frelsa tey glataðu. Tey verða partur í líðingum Krists, og fáa lut í tí dýrd, sum vil opinberast til tey, ið eru eitt við hann í virki, og við honum drekka sorgarbikarið. Tey fáa eisini lut í gleði hansara. Tað var í líðing at Jesus vann uggans tænastur. Í allari menniskjaligari trongd líður eisini hann trongd. “Tí við tað, at Hann sjálvur hevur liðið, kann Hann - sum tann, ið sjálvur er freistaður - koma teimum til hjálpar, sum freistað verða.” (Hebr 2:18). Ein og hvør, sum er komin í samfelag við hann í líðing, hevur framíhjárætt at fáa part í tænastu hansara. “Tí eins og líðingar Kristusar koma í yvirflóð á okkum, so er eisini troyst okkara ríkilig við Kristusi.” Harrin hevur eina serliga náði at veita teim syrgjandi, og máttur hennara kann upptiðna hjørtur og vinna sálir. Kærleiki hansara letur upp atkomuna til ta særdu og sundursoraðu sál, og gerst til lekjandi balsam fyri tey, sum syrgja.“Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesus Kristus, Faðir miskunnar og Gud alra troystar.” (2 Kor 1:3-5). »Sæl eru tey spaklyntu.« Tolsemi og mildni undir órætti vóru ikki hægst mettu eginleikar ímillum heidningar og jødar. Tá Móses undir innblásan Heilaga Andans segði, at hann var hin mest spaklynti á jørðini (4 Mós 12:3), var hettar ein útsøgn, sum fólkið á tíð hansara ikki sá sum nakað viðmæli; men tað kveikti heldur samkenslur og vanvirðing. Men Jesus segði spaklyndi vera eina av teimum fremstu eginleikunum í ríki hansara. Hansara framferð og lyndi er opinbering av tí guddómliga vakurleikanum í hesari kostiligu dygdini. Jesus, sum er spegilsmyndin av dýrd Faðirs síns, “roknaði tað ikki til rán at vera javnlíki Guds.” (Fil 2:6-7). Hann góðtók at fara ígjøgnum lívsins tungu royndir, ímeðan hann ferðaðist ímillum fólkið, ikki sum kongur at krevja heiður, men sum ein, hvørs starv var at tæna. Hansara framkoma gav eingi tekin um halgilótir ella um kaldan strangleika. Heimsins endurloysari hevði eina nátúr, sum var hægri enn einglanna, men guddómligi stórleikin var lagdur í eitt spaklyndi og ein eyðmjúkleika, sum dróg øll til hansara. Jesus tømdi seg sjálvan, og hansara Eg kom ikki til sjóndar í nøkrum av gerðum hansara. Hann lat alt koma undir vilja Faðirins. Og tá hansara trúboðan á jørð lækkaði ímóti endanum, kundi hann siga: “Eg havi gjørt teg dýrmætan á jørðini við at fullføra verkið, sum Tú hevur givið Mær at gera,” og hann býður okkum: “Lærið av Mær – tí eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta.” ... “Vil onkur koma aftaná Mær, má hann avnoktað seg sjálvan og taka upp krossin og fylgja Mær.” (Joh 17:4; Matt 11:29; 16:24). Lat sjálvgóðskuna koppast av trónuni og ikki longur sleppa at ráða yvir sálini! Tann, sum lýtur at Kristusi í hansara sjálvsnoktan og spaklyndi, vil kenna seg drignan til at siga eins og Dániel segði, tá ið hann sá ein, sum líktist menniskjasyni:“andlit mítt skifti lit og varð líkbleikt”. (Dán 10:8). Sjálvstøðan og sjálvræði, sum vit rósa okkum av, kemur nú fram í allari síni ússaligheit sum eyðkenni fyri, at vit eru í Satans tænastu. Mannanáttúran strembar altíð eftir sjálv at koma til orða, og er klár at stríðast; men hjá tí, sum lærir av Kristusi, hvørvur sjálvgóðskan, ernið og hugurin til at vera hin størsti, og nú ræður altíð friður í sálini. Egoið verður sett fram til Halga Andan at nýta. Tá hevur tað einki at siga, um vit ikki sita á ovastu rók. Vit hava ongan hug til at troka og alboga okkum fram at fáa ans, men vit halda, at okkara besta pláss er við føtur Jesusar. Vit síggja fram til Jesus í væntan um, at hond hansara vil leiða okkum og at rødd hansara vil vegleiða okkum. Hetta var eisini royndin hjá Paulusi ápostli, og hann segði: “Eg eri krossfestur við Kristusi, og nu er tað ikki longur eg, sum livi; nei, Kristus livir í mær, og lívið, sum eg nú livi í holdinum, livi eg í trúnni á Son Guds, sum elskaði meg og gav Seg sjálvan fyri meg.” (Gal 2:20). Tá ið vit fáa Kristus sum fastbúgvadi gest í sálina, kemur friður Guds, sum er omanfyri alt fatandi, og hann varðveitir hjørtuni og okkara tankar í Kristi Jesusi. Hóast frelsarin hevði bardagar og stríð undir síni foldarferð, so livdi hann tó eitt lív i friði. Ímeðan illir fíggindar støðugt lógu eftir honum, so kundi hann siga: “Og Hann, sum sendi Meg, er við Mær; Hann hevur ikki latið Meg einsamallan, tí Eg geri altíð tað, sum Honum líkar.” (Jóh 8:29). Eingin stormur av menniskjaligum ella av djevlavreiði kundi órógva tann frið, sum stóð fastur í fullkomnum samfelag við Gudi. Og hann sigur við okkum: “Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum” ... “Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær - Tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta - so skulu tit finna tykkara hvílu. ” (Jóh 14:27; Matt 11:29). Berið ok tænastunnar saman við mær til æru Guds at lyfta menniskjur upp, so fara tit at finna, at okið er gagnligt og byrðan er løtt. Kærleikin til egið spillir okkum friðin. So leingi at egið er ljóslivandi, standa vit altíð klár at verja tað ímóti vanæru og háðan; men tá vit eru deyð, og lív okkara goymt við Kristusi í Gudi, fara vit ikki at taka niðurgerð ella tilsíðusetan so nær. Vit verða deyv ímóti skemd, blind fyri spottan og firtni: “Kærleikin er langmóðigur og mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp, hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa; hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika; hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt.” (1 Kor 13:4-7). Eydnan, ið væntast at fáast úr jarðiskum keldum, er eins broytulig sum fylgir av skiftandi umstøðum, ímeðan Kristi friður er bæði haldførur og verandi. Hann er ikki tengdur at eini støðu í lívinum, ikki at tímuligum góðsi ella at talinum av foldarvinum. Kristus er hin livandi vatnkeldan, og tann eydnan, sum fæst frá honum svíkir aldrin. Tá ið friðarlyndi Kristusar býr í heiminum, er húskið eydnusamari. Hettar lyndið elvir ikki til trætir og svarar ikki illa aftur, men sissar tey østu sinnini og spjaðir fløvandi mildni til øll, ið eru í hesum rúnarbundna nærumhvørvi. Allastaðni, at tað fær føði, ger tað familjurnar á jørðini til ein part av tí størru familjuni uppi í Himli. Tað er nógv betur fyri okkum at bøta undir falskari ákæru, enn at átaka sær sjálvum ta pínu, sum tað er at afturløna fígginda. Andin í hatri og hevnd hevur upprunan í Satan, og hann kann bera ónt yvir ein og hvønn, sum ber agg. Eyðmjúkleiki hjartans, tað spaklyndi, sum er ein fylgja av tí, at man verður í Kristusi, er loyndarmálið sjálvt undir grundarlagnum fyri signingini. “Tí Harrin hevur tokka til Sítt fólk, Hann prýðir hini eyðmjúku við frelsu.” (Sl 149:4). “Tey spakføru skulu arva jørðina”. Tað var tráðan til sjálvshevjan, sum fekk syndina at koma í heimin, og gjørdi, at ætt okkara misti harradømið á hesi føgru jørðini, sum var ríki hennara. Tað er við sjálvsavnoktan, at Kristus innloysir tað mista aftur, og hann sigur at vit skulu sigra eins og hann. (Op 3:21). Við eyðmjúkleika og sjálvsuppofran kunnu vit gerast medarvingar saman við honum, tá ið tey “ spaklyntu skulu arva landið.” (Sl 37:11). Lovaða landið til tey spakføru, fer ikki sum hendan jørðin at myrkna av skugga deyðans og hennara banningum. “Men vit vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr.” Og ”einki bann skal vera longur. Hásæti Guds og lambsins skal vera í honum, og tænarar Hansara skulu tæna Honum.” (2 Pæt 3:13; Op 22:3). Har er einki vónbrot, eingin sorg, eingin synd og eingin skal siga at eg eri sjúkur. Har verður einki líkfylgi, eingin syrgjandi; tí har er eingin deyði og eingin skilnaður ella sundursorað hjarta. Men Jesus er har og har býr friður. “Tey skulu ikki hungra og ikki tysta, og hvørki hitt gløðandi sandhav ella sólin skulu saka tey; tí Hann, sum miskunnar teimum, skal vísa teimum veg og leiða tey at vatnkeldum.” (Es 49:10). »Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað« Tað er ikki við pínufullum stríði ella við møðandi arbeiði, ikki við at geva gávur ella við at ofra, at rættvísi verður vunnið: Tað verður veitt óuppiborið til hvørja sál, sum hungrar og tystar eftir henni. “Øll tit, ið tysta - komið til vøtnini! Og tit sum ongan pening hava, komið og keypið og etið, ja, komið, keypið fyri ongan pening gjaldsleyst vín og mjólk!” ...“Hetta er arvur tænara Harrans.” ... og ”Hetta er navnið, ið Hann skal verða kallaður við: Harrin, rættvísi okkara.”(Es 55:1; 54:17; Jer 23:6). Einki manngjørt amboð kann fáa tað til vega, ið nøktar hungur og tosta sálarinnar. Men Jesus sigur: “Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyri onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvøldmáltíð við honum – og hann við Mær” ... “Eg eri breyð lívsins. Tann, sum kemur til Mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta.” (Op 3:20; Jóh 6:35). Eins og okkum nýtist mat at halda okkara likamsstyrki viðlíka, so tørva vit eisini Kristus, sum er breyðið úr Himli, fyri at kunna varðveita andaligt lív og at hava styrki til at gera Guds verk. Eins og likamið støðugt tekur ímóti føði, sum heldur lívi og styrki uppi, soleiðis má sálin eisini hava samfelag við Kristus, og geva seg undir hann, og hava alt álitið á Hann. Tað er sum hin móði ferðamaðurin, ið leitar eftir vatnkeldu í oyðimørkini fyri at nøkta sín tosta og finnur eina, tí soleiðis vil hin kristni tysta eftir at fáa lívsins reina vatn, hvørs kelda er Jesus Kristus. Sohvørt at vit síggja fullkomnið í lyndi Frelsarans, ynskja vit okkum fult út broytt og endurnýggjað eftir hansara reinu mynd. Jú størri kunnleika vit hava um Gud, tess størri krøv seta vit til lyndið, og tess størri gerst longsulin eftir at endurspegla hansara líkskap. Eitt guddómligt brigdi verður til eitt við tað menniskjaliga, tá ið sálin leitar til Gud, og tað longsulsfulla hjarta kann siga: “Ver still, sál mín - eina hjá Gudi, tí frá Honum kemur vón mín.” (Sl 62:6). Um so er at tú kennir trongd í sálini, um tú hungrar og tostar eftir rættvísi, so merkir tað, at Kristus hevur ávirkað hjartað, tí at tú eigur at leita til hann við Halga Andans hjálp at gera tað fyri teg, sum tú sjálvur als ikki ert førur fyri. Okkum nýtist ikki at nøkta tostan við møkum streymum; tí hin stóra keldan er beint fyri, og av hennara stríðu streymum kunnu vit drekka vatnið fyri einki, bara vit vilja fara hægri upp á trúarvegnum. Orðini, ið Gud hevur givið, eru lívsins vatnkeldur. Tá ið tú leitar til hesar livandi keldur, fert tú við Halga Andans hjálp at vera leiddur í samfelag við Kristus. Kendir sannleikar koma í sinnið á nýggjan hátt; eins og snarljós fara bíbilørindir at strála við nýggjum týdningi; og tú sært sannleikar í mun til útfríanina og vilt sanna, at Kristus leiðir teg; og at tú hevur ein gudgivnan lærara undir liðini. Jesus segði: “Vatnið, ið Eg gevi honum, skal verða í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív.” (Jóh 4:14). Av tí at Halgi Andin letur upp sannleikar, fert tú at goyma dýrabarar royndir, og at leingjast eftir at tosa við onnur um hesi ósigandi troystarríku ting, sum víst eru tær. Tá ið tú nemir við tey, fert tú at kunna geva teimum nýggjar tankar um lyndi og virki Krists; tú fært eina nýggja opinbering av tí miskunnsama kærleikanum at fortelja øðrum, sum elska hann, og eisini teimum, sum ikki elska hann. “Gevið, so skal tykkum verða givið,” tí Guds orð er sum “havsins ótømandi”, “brunnur við rennandi vatni og streymum av Libanon”.(Luk 6:38; Há 4:15). Tað hjarta, sum eina ferð hevur smakkað kærleika Krists, rópar alla tíðina eftir einum djúpari drátti, og í mun til tað, sum tú býtir út til onnur, fert tú at fáa upp aftur ríkari aftur í fullum málum. Ein og hvør opinbering av Gudi í sálini, økir um evnini til at sanna og elska. Hjartans vón er: “Meira av tær!” og svar Andans er altíð: “Nógv meira!” (Róm 5:9-10); tí Gud okkara hevur hugin til “at gera meir enn alt, langt út um tað, ið vit biðja um ella skilja.” (Ef 3:20). Jesus, sum úttømdi seg sjálvan fyri at bjarga allari tí glataðu mannaætt, fekk Heilaga Andan uttan avmarking. Soleiðis fer hann eisini at verða givin til Kristi fylgjarar, tá alt hjartað er givið honum til bústað. Harri okkara hevur sjálvur givið hetta boð: “Latið tykkum fylla av Andanum” og hetta boðið er eisini eitt lyfti um fremjanina. Tað dámdi Faðir Hansara, at í Kristusi “skuldi øll fyllingin búgva”, og at “tit eru fylt í Honum.” (Ef. 5:18; Kol 1:19; 2:10). Gud hevur útloyst sín kærleika í yvirflóð, eins og regnskúrar leska bø til styrk. Hann sigur: “Dryppið, tit himlar,... rættferð streymi niður úr skýggjunum! Jørðin opni seg og latið spretta fram frelsu og hartil rættvísi vaksa upp!” ... “Hini ørmu og fátæku leita eftir vatni, men einki er; tunga teirra brennur av tosta; - Eg, Harrin, skal bønhoyra tey, Eg, Gud Ísraels, skal ikki lata tey óhjálpin. Eg skal lata áir vella upp á naknum heyggjum og keldur í dølum; Eg skal gera oyðimørkina til tjørn og turt land til vatnríkar keldur.” (Es 45:8; 41:17-18). “Av fylling Hansara hava vit øll fingið, og tað náði yvir náði.” (Jóh 1:16) »Sæl eru tey miskunnsomu, tí tey skulu miskunn fáa.« Gud sjálvur er keldan til alla miskunn. Navnið er “Miskunnsamur og Náðigur”. (2 Mós 34:6). Hann viðfer okkum ikki sum uppiborið. Hann spyr ikki, um vit eru verdug til kærleika hansara, men oysir sítt kærleiks ríkidømi yvir okkum fyri at gera okkum verdug. Hann søkir onga hevnd. Hann roynir ikki at revsa, men at útfría. Sjálvt tann strangleikin, ið hann leggur fyri dagin fyri synd, hevur til endamáls at vinna teimum vilstu frelsu. Hann kennir djúpa og brennandi trongd til at linna pínuna hjá menniskjunum og at smyrja balsam í sár teirra. Sjálvandi er tað satt, at Gud “als ikki letur hin seka verða óstraffaðan” (2 Mós 34:7), men hann vil taka burtur skuldina. Tey miskunnsomu eiga “lut í guddómligari náttúru” (2 Pæt 1:4), og hjá teimum kemur Guds kærleiksfulla samkensla fram. Øll, hvørs hjørtu standa mát við kærleikans hjarta, vilja royna at hjálpa, og ikki at fordøma. Við Kristusi búgvandi í hjartanum hevur hjarta eina keldu, sum ikki tømist. Har, sum hann verður verandi inni, kemur yvirflóð av góðsku. Tá ræður um hjálp til tey vilstu, tey freistaðu ella tey vesælu, sum eru vorðin offur fyri sakni og synd, vil ein kristin ikki spyrja: “Eru tey verdug?” men: “Hvussu kann eg hjálpa teimum?” Í teimum vánaligastu og mest spiltu sær hann sálir, sum Kristus er deyður fyri, og fyri slík hevur Gud givið børnum sínum semjunnar tænastu. Tey miskunnsomu vísa mildleika ímóti fátækum, líðandi og kúgaðum. Job sigur: “Tí eg bjargaði hinum arma, ið rópti um hjálp, hinum faðirleysa, ið ongan hjálparmann hevði. Tann, ið var undirgangi nær, signaði eg, og hjarta einkjunnar fekk eg at rópa av gleði. Eyga var eg hinum blinda, fótur hinum lamna. Faðir hinum fátæka, og málevni ókunnumans granskaði eg.” (Job 29:12-16) Tey eru mong, hvørs lív er pínufult stríð; tey síggja sínar manglar, eru eydnuleys og vanta trúgv. Tey halda, at tey einki hava at vera takksom fyri. Viðvíkjandi mongum, sum stríðast og eru einsom, kundi eitt vinaligt orð, samkennandi eygnabrá og ein gerð, sum sýnir, at tey virðismeta tey, komi at virka sum bikar við køldum leskiligum vatni til eina tystandi sál. Eitt luttakandi orð ella ein kærleiksfull gerð vil lætta um byrðarnar, sum tyngja tungt á móðar herðar; og hvørt eitt orð og hvør ein gerð, sum verður søgd ella framd í ósjálvsøknari góðsku, er eitt tiltak fyri Kristi kærleika til glataði menniskju. Ímóti teimum miskunnsomu skal “sýnast miskunn”. »Gávumild sál trívst, og tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur.« (Orðt 11:25) Tað er yndisfriður yvir hini samkennandi, ein sælufull nøgd fyri tey, sum liva eitt sjálvgloymandi lív til gagns fyri onnur. Halgi Andin, sum býr í hjartanum opinberast í lívinum, og vil nema við herd hjørtu, og vekja mildsemi og samhuga. Tað, sum ein sáar, vil ein eisini heysta: “Sælur er tann, ið tekur sær av ørmum - hin ónda dag frelsir Harrin hann!.... Harrin verjir hann og heldur honum á lívi, hann verður lukkuligur í landinum, ikki skalt Tú geva hann í fíggindahendur. Harrin skal styðja hann á sóttarsong, alla legu hansara skiftir tú, tá hann er sjúkur. ” (Sl 41:1-4). Tann, ið hevur givið Gudi lívið í tænastu fyri børn hansara, er samdur við hann, ið ræður alheims hjálparkeldum. Við tí fasta fyrijáttaða gylta bandi er lív hansara knýtt at Gudi. Harrin svíkir hann ikki í neyðartíma. “Og Gud skal eftir ríkidømi Sínum fylla alla trongd tykkara í dýrd í Kristusi Jesusi.” (Fil 4:19). Og á tí síðsta neyðartíma vil hin miskunnsami finna lívd í samkenslufulla miskunnsemi frelsarans og verða móttikin í ævigu bústaðirnar. »Sæl eru hini hjartareinu, tí tey skulu síggja Gud.« Jesus talar ikki um hesar reinførisreglur sum treyt fyri at koma í ríki hansara, men peikar á tað neyðuga í hjartans reinleika. Vísdómur úr erva “er fyrst og fremst reinur” (Ják 3:17). Einki, sum smittar, vil sleppa inn í bý Guds; og øll, sum har búgva, vilja vera vorðin rein í hjartanum. Hjá tí, sum ikki lærir av Jesusi, kemur at vísa seg ein økjandi atsmakkur av líkasælari framferð, ósømuligari talu og grovum tonkum. Tá ið Jesus býr í hjartanum, vilja tankar og atferð vitna um reinleika og eina jaliga mentan. Men Jesu orð: “sæl eru hini hjartareinu” hava djúpari meining. Tey miða ikki einans eftir reinleika í týdningum, sum heimurin sær at vera reint: leyst av tí sansiliga, rein fyri girnd, men rein í sálarinnar loyndu ætlanum og orsøkum, uttan hugmóð og egintráan, men ósjálvsøkin og góðtrúgvandi barnslig. Einans beint kann meta beint. Uttan so, at ein í egna lívi sínum ognar sær hina sjálvsuppofrandi grundreglu kærleikans, grungregluna í Guds lyndi, so ber ikki til at kenna Gud. Tað av Satan villleidda hjarta sær Gud sum harðrendan og miskunnarleysan. Mansins og sjálvt Satans sjálvsøknu eginleikar verða tengdir til tann góða skaparin: “og nú hugsar tú” sigur Harrin “at Eg eri sum tú.” (Sl 50:21) Hansara forsjóns forløg tulkast sum tiltøk úr eini tilvilds illnatis náttúru. Á sama hátt verður Bíblian viðfarin, skattakamar náðis hansara. Skinið av sannleikum hansara, høgir sum himmalin og fevnandi ævinleikan, verður ikki virt. Fyri stóra fleirtalið av menniskjum er Kristus sjálvur einans “sum rótskot á skortnaðum vølli”, og tey síggja hann “uttan fagurleikan og dýrdina”, soleiðis at tey kundu dámt hann. (Es 53:2). Tá Jesus gekk ímillum fólkið sum Guds opinbering í mannalíki, søgdu teir skriftlærdu og farisæarnir við hann: “Tú ert Samverji og settur av illum anda.” (Jóh 8:48). Enntá lærusveinar hansara vóru so mikið blindaðir av eginkærleika hjartans, at tað gekk seint at skilja hann, sum var komin at opinbera kærleika Faðir síns fyri teimum. Hetta var orsøkin til, at Jesus gekk í einsemi ímillum fólk. Bara í Himlinum skiltu tey hann fult og heilt. Tá ið Kristus kemur í síni dýrd, fara tey ógudiligu ikka at orka at síggja hann. Ljósið frá andliti hansara, sum merkir lív fyri tey sum elska hann, er deyðin fyri tey gudleysu. Væntanin um komu hansara er fyri tey “bert ræðulig bíðan eftir dómi, og brennandi vreiði, ið skal oyða tey, sum standa ímóti.” (Hebr 10:27). Tá ið hann vísir seg, fara tey at biðja um at verða goymd fyri andliti hansara, sum doyði fyri at endurloysa tey. Men í teimum hjørtum, ið reinsaði eru við Halga Andanum, er alt broytt. [Jesu blóð reinsar!] Tey kenna Gud. Móses goymdi seg í hellinum, tá ið Harrans dýrd opineraðist fyri honum; og tað er tá ið vit krógva okkum í Jesusi Kristi, at vit skoða Guds kærleika. “Tann, ið elskar reinleika hjartans, og ber fram dámliga talu, hevur kong til vin.” (Orðt 22:11) Við trúgv síggja vit hann her og nú. Í dagligu royndunum síggja vit góðsku og samkenslu í opinbering av forsjón hansara. Vit sanna hann í lyndi sonar hansara. Halgi Andin tekur og letur upp skilvísið í hjartanum fyri sannleikanum um Gud og honum, sum hevur sent hann út. Tey reinu av hjarta sær Gud í nýggjum kærum sambandi, eins og teirra endurloysara, og ímeðan skoða tey tað reina og elskuliga í lyndinum hjá honum, og leingjast eftir at endurspegla hann. Tey síggja hann sum ein Faðir, ið leingist eftir at fevna angrandi sonin, og hjørtuni verða tá fylt við eini ósigandi herligari gleði. Tey reinu av hjarta síggja Skaparin í gerðunum, sum hansara veldiga hond útinti, og í øllum tí undurfulla alheimurin rúmar. Í Bíbliuni síggja tey klár eyðkennir frá opinbering hansara av miskunnsemi, góðsku og náði. Teir sannleikar, ið duldir eru fyri vísum og vitugum, latast upp fyri smábørnum. Tað vakra og dýrabara í sannleikanum, viðurskiftir, sum ikki eru gingin upp fyri teimum, ið hava verðsligan vísdóm, verða rullað út fyri slík, sum hava tað álitsfulla barnsliga ynski, sum er at kenna og gera hansara vilja. Tey fáa sannleikan at síggja við sjálv at gerast partur í eini guddómligari náttúru. Tey reinu av hjarta liva eins og í Guds sjónligu nærveru so leingi hann tillutar teimum at vera her í heiminum. Tey fara eisini at síggja hann andlit til andlits í hini komandi og ódeyðuligu støðuni, eins og støðan var við Adam, tá hann gekk við Gudi og tosaði við hann í Eden. “Nú síggja vit í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til andlits.” (1 Kor 13:12) »Sæl eru tey friðsomu, tí tey skulu verða kallað Guds børn.« Einki annað grundarlag verður givið fyri friði enn hetta. Tá Kristi náði verður móttikin í hjartanum, kúgar hon fíggindskapin, tølar klandri og fyllir sálina við kærleika. Tann, sum hevur frið við Gud og við næstan, kann ikki gerast ólukkuligur. Tað finst eingin øvundsjúka í hjartanum. Eingin ljótur mistanki vil fáa pláss, og hatur kann ikki koma fyri. Tað hjarta, sum er í samsvari við Gud, eigur part í himmalsins friði og vil spjaða hansara vælsignaðu ávirkan allastaðni kring seg. Andi friðarinnar vil leggja seg sum døgg á hjørtu, sum eru móð og tyngd av jarðarinnar bardøgum. Kristi eftirfylgjarar eru sendir út í allan heimin við friðarboðskapi. Ein og hvør, sum við síni ómedvitaðu ávirkan við heilagari atferð opinberar Kristi kærleika, og ein og hvør, sum við orðum og gerðum leiðir ein annan til at avnokta synd, og at yvirgeva hjartað til Gud, er ein upphavsmaður til frið. Og sæl eru tey, sum fáa frið í lag; tí tey skulu kallast børn Guds. Andi friðarinnar er ein vitnisburður um teirra samband við himmalin. Angi Krists er um tey. Lívsins góði luktur og eitt yndisligt lyndi vísir heiminum, at tey eru Guds børn. Man sær á teimum, at tey hava verið saman við Jesusi. “Hvør tann, ið elskar, er føddur av Gudi og kennir Gud” ... “Og tann, ið ikki hevur Anda Kristusar, hoyrir ikki Honum til”; men “So mong sum verða leidd av Anda Guds, hesi eru jú børn Guds” (1 Jóh 4:7; Róm 8:9 og 14). “Tá verður leivd Jákups ímillum hini mongu fólk sum døgg frá Harranum, sum regndropar á grasi, sum ongum bíðar eftir og steðgar ikki eftir børnum menniskjunnar.” (Mika 5:6). »Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríki er teirra. Hann, sum kom at endurloysa heimin, møtti mótstøðu við fólksins savnaðu stríðslið, og eisini undir Guds hermerki. Ónd fólk og óndir einglar tóku seg saman í miskunnarleysan felagsskap ímóti Friðarhøvdinginum. Hóast hvørt orð og hvør gerð frá honum andaði av guddómligari samkenslu, so var hansara ólíkleiki við heimin soleiðis, at hann vakti hinar beiskastu fíggindar. Av tí hann ikki vildi góðtaka at fremja óndar hugir í okkara náttúru, útvegaði hann sær sterkastu mótstøður og harðasta fíggindskap. Soleiðis gongur øllum, sum vilja liva heilt í Kristusi Jesusi. Ímillum rættvísi og synd, ímillum kærleika og hatur og ímillum sannleika og villing ræður kríggj, ið ikki letur seg tenja. Tann persónur, sum lyftir og boðar Kristi kærleika í heilagtleikans yndi, dregur tegnar burtur frá Satans ríki, og fúrsti óndskapsins verður eggjaður til mótstøðu. Forfylging og skemd við skandalum bíðar øllum, sum verða uppfylt av Anda Krists. Tíðin førir við sær broyting í háttinum at føra jagstran, men andans upphav handan alla forfylging er óbroytt tað, sum dripið hevur so nógv av Harrans útvaldu líka síðani dagar Abels. Tá fólk royna at semja seg við Gud, vilja tey finna, at krossins ástoytur ikki er endaður. Maktir og myndugleikar í óndskapsins andaherum í luftini fylkjast ímóti øllum, um sýna lýdni ímóti himmalsins lóg. Heldur enn at volda sorg, so eigur forfylging tí tvørturímóti at geva eftirfylgjarum Jesusar gleði, tí tað er ein vitnisburður um, at teir ganga í Meistarans fótasporum. Ímeðan Harrin ikki hevur givið sínum fólki lyftir um frítøku fyri royndir, so hevur hann lovað teimum nakað nógvar ferir betri. Hann hevur sagt: “sum dagar tínir eru, so skal styrki tín vera.” ...og “Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.” (5 Mós 33:25; 2 Kor 12:9). Ísofall at tað verður tín lutur at ganga inn í eldovnin, so kemur eingil at standa undir liðini eins og hann stóð hjá trúføstu vinum Dániels í Bábylon. Tey, sum elska sín Loysnara, vilja fegnast um eitt og hvørt høvi til at fáa lut í eyðmýking og spottan saman við honum. Tann kærleikin, sum tey hava til Harra sín, ger líðingina fyri Harra sín til eina yndisliga upplivan. Djevulin hevur til allar tíðir jagstra fólk Guds. Hann hevur pínt tey og dripið tey; men í deyðanum vunnu tey sigur. Við síni úthaldnu trúgv opinberaðu tey ein, sum er størri enn Satan. Hin óndi kundi pína likamið og drepa tað, men hann kundi ikki nerta lívið goymt við Kristusi í Gudi. Hann kundi sperra tey inni handan fongsulsveggir, men kundi ikki leggja anda teirra í leinkjur. Handan myrkrið kundu tey skoða dýrdina og siga: “Tí eg rokni líðingar í tíðini, sum nú er, einki hava at týða ímóti dýrdini, ið skal verða opinberað í okkum” ... “Tí trongd okkara - sum er stokkut og løtt - virkar í okkum størri og størri yvirflóð í ævigari fylling av dýrd.” (Rom 8:18; 2 Kor 4:17). Ígjøgnum royndir og jagstran kemur Guds dýrd við lyndi hansara fyri dagin hjá teimum útvaldu. Tey jagstraðu og hataðu av verðini upplærast og agast av Guds samkomu í Kristi skúla. Tey ferðast á trongum gøtum í verðini og verða reinsað í eldovni trongdarinnar. Tey elta Kristus ígjøgnum truplar stríðsdystir, og tola sjálvsavnoktan og uppliva beisk vónbrot; men teirra pínufullu royndir vísa teimum syndarinnar skuld og vanlukkur, og tey lýta at henni við andstygd. Av tí at tey taka lut í Kristi líðing, eru tey kosin at fáa lut í dýrd hansara. Í eini himmalskari sjón sá profeturin Guds fólks sigur. Hann sigur: “Eg sá annað tekin í Himli, stórt og undurfult: sjey einglar, sum høvdu hinar sjey seinastu plágur - at við teimum er vreiði Guds fullførd. Eg sá eins og glashav, blandað við eldi ...... Og eg sá tey, sum sigrandi vóru komin út úr bardaganum við dýrið og mynd tess og tal navns tess; tey stóðu við glashavið við hørpum Guds í hondunum. Tey sungu song Mósesar, tænara Guds og song lambsins; tey søgdu: »Stór og undirfull eru verk Tíni, Harri Gud, Tú Alvaldi! Rættvísir og sannir eru vegir Tínir, Tú kongur tjóðanna!«” .... “Hetta eru tey, sum komin eru út úr hini stóru trongd; og tey hava tváað klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins. Tí eru tey fyri hásæti Guds, og tæna Honum dag og nátt í templi Hansara; og Hann, sum í hásætinum situr, skal reisa tjald Sítt yvir tey.” (Op 15:2-3 og Op 7:14-15). “Sæl eru tit, tá ið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína skuld: gleðist og fegnist! Tí løn tykkara er stór í himli.” Aldrin er nakað menniskja verri bakbitið enn Menniskjasonurin. Hann varð skemdur, spottaður og háðaður fyri sítt avgjørda lýdni ímóti Guds lógs heilagu grundreglum Hann varð hataður uttan orsøk. Hann stóð hóvligur hjá fíggindunum og kundi tó siga, at spottan er ein partur av arvaluti hins kristna. Og eisini kundi hann geva eftirfylgjarum sínum tey bestu ráðini um, hvussu tey standa seg ímóti haturspílunum, og boðaði teimum til ikki at avnokta seg undir atsóknunum. Ímeðan útspilling saktans kann sverta okkara umdømi, so kann hon ikki dálka lyndið, sum er lagt í hond Guds. So leingi at vit ikki samtykkja at gera synd, klárar einki vald, hvørki mans ella djevuls vald, at seta ein plett á sálina. Tann, sum hevur sítt hjarta hildið fast av Gudi, er óbroyttur hin sami í trongdarinnar ringastu løtum, og undir mest óhugaligu umstøðunum, eins og hann var, tá ið alt gekk væl, tá ljós Guds og alt tað dámliga tyktist at hvíla á honum. Orð hansara, orsøkirnar og gerðirnar kunnu snarast og verða settar í skeiv ljós; men hann leggur ikki merki til tað, tí hann hevur hægri áhugar í sínum váða. Eins og Móses er hann úthaldandi, “sum hevði hann sæð hin ósjónliga,” tí hann “hevur ikki tað sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga.” (Heb 11:27; 2 Kor 4:18). Kristus veit alt alt, og veit eisini tað misskilta og tað skeivt lýsta av menniskjum. Børn hansara finna seg í at bíða í stillum tolni og áliti, líkamikið hvussu tey verða vanvird og niðurtosað, tí einki er goymt, sum ikki skal koma fram, og tey, sum æra Gud, verða hávird av honum í hjáveru eingla og manna. “Tá teir háða og forfylgja tykkum,” segði Jesus, tá “gleði og frøi tykkum”, og hann vísti sínar áhoyrarar á profetarnar, sum talaðu í Harrans navni sum “Brøður! Takið profetarnar, sum talaðu í navni Harrans, til fyridømi í at líða ilt og at vera tolnir.” (Ják 5:10). Abel, hin fyrsti ‘kristni’ millum børn Adams, doyði sum blóðvitni. Enok gekk við Gudi, og heimurin kendi hann ikki. Nóa varð háðaður sum fanatikari og ófriðarkroppur. “Onnur máttu tola spott og húðfleinging, ja, bond og fangahús,” og uppaftur “onnur vórðu løgd á pínubonk og tóku ikki við útloysing - fyri at tey kundu fáa lut í betri uppreisn.” (Hebr 11:36-35) Til allar tíðir eru útvaldu sendiboð Guds háðað og forfylgd, men undir teirra trongdum er kunnleikin um Gud útbreiddur. Ein og hvør Kristi lærusveinur má traðka í raðið og bera sama verkið víðari vitandi um, at fíggindin ikki megnar nakað ímóti sannleikanum - einans fyri sannleikanum. Gud vil at sannleikin skal vinna fram í fremstu røð og verða evnið til kannan og umtalu, hóast tað hendir undir tí vanvirðing, sum hann kemur út fyri. Huglyndi manna má setast í røring. Øll stríð, ein og hvør smettan, ja eitt og hvørt tiltak at minka um samvitskufrælsið er eitt Guds amboð til at vekja tankar teirra, ið annars sova. Hvussu ofta tað varð úrslitið, sæst í søgunnar baksýni um vitnir Guds! Tá hin tignarligi og væl orðaði Stefanus av Synhedrinum varð steinaður til deyðis, mistu mál evangeliins einki. Himmalska ljósið, sum strálaði úr andliti hansara og guddómliga samkenslan, sum andaði úr bøn hansara í deyðanløtuni, virkaðu sum hvassir pílar á teir forblindaði limir í Jødiska aðalráðnum (Synhedriið), sum stóðu beint hjá. Og Saulus, jagstrandi farisearin, kom at verða eitt útvalt amboð til at bera navn Krists fram fyri heidningar, kongar og fyri Ísraels fólki. Og leingi eftir tað skrivaði hin aldrandi Paulus úr fongsli í Rom: “Víst eru eisini nakrir, sum prædika Kristus av øvund og hugi til stríð; .....men aðrir gera tað tó av góðum vilja .... Hesir gera tað av kærleika, vitandi, at eg eri settur at verja evangeliið ....Hvat so! Kristus verður tó prædikaður, ið hvussu er......” (Fil 1:15-16 og 18). At Paulus varð fongslaður, hjálpti soleiðis til evangeliins útbreiðslu, og sálir vórðu vunnar fyri Kristusi. Tað kom enntá inn í prýðisborgir keisarans “við orði Guds, sum livir og varir”, og gerst eitt “óforgeingiligt sáð” (1 Pæt 1:23). Við royndum hins ónda at oyða tað, verður tað sáðað í mong hjørtu. Við háðan og forfylging av børnum Guds verður Kristi navn bara lyft hægri upp, og sálir verða bjargaðar. Løn teirra, sum eru forfylgd og háða sum vitnir fyri Kristusi, “skal vera stór í Himlunum”. Ímeðan fólkið væntar sær tímiligar ágóðar, vísir Jesus til himmalsku lønina. Men hann útsetur ikki lønina til hitt komandi lívið; nei, hon byrjar her niðri. Harrin opinberaði seg fyri Ábraham og segði: “Nakað eftir hetta kom orð Harrans til Ábram í eini sjón: »Óttast ikki, Ábram! Eg eri skjøldur tín; løn tín skal verða ógvuliga stór.«” (1 Mós 15:1). Hetta er lønin til øll, sum fylgja Kristusi eftir, Jehova, Immanuel: “í Honum eru allir skattir vísdómsins og kunnskaparins at finna - fjaldir” ... “Tí í Honum býr øll fylling Guddómsins likamliga” (Kol 2:3 og 9). Og tað samsvarar hann at eiga vísdómin, tá hjartað verður lati meira og meira upp at “fata, hvør breiddin, longdin, dýbdin og hæddin er, at kenna Kristi kærleika ... fyri at tit kunnu verða fylt við allari fylling Guds”: ..... “Hetta er arvur tænara Harrans og rætturin, sum teir fáa frá Mær - sigur Harrin.” (Ef 3:18-19; Es 54:17) Tað var henda gleði, ið fylti Silas og Paulus, tá ið teir á midnátt sungu lovsangir til Gud í fangatippi í Filippi. Kristus var hjá teimum, og í ljósi av nærveru hansara varð myrkrið gjøgnumstrálað við dýrd frá bústøðunum í erva. Uttan at hugsa um leinkjur, tá ið hann sá hvussu evangeliið breiddi seg út, skrivaði Paulus úr Róm: “Og tað eri eg glaður um. Ja, eg skal eisini framvegis gleða meg;” (Fil 1:18). Og Kristi egnu orð á fjallinum góvu ekkó í Paulusar boðskapi til samkomuna í Filippi mitt undir meinsóknum ímóti henni: “Gleðist í Harranum, altíð! Aftur sigi eg: Gleðist!” (Fil 4:4) »Tit eru salt jarðarinnar« Saltið má blanda seg við tí, sum tað verður stroytt út yvir; og treingja seg inn og gjøgnumsevja alt fyri at kunna varðveita. Soleiðis er tað eisini við tí persónliga nemandi sambandi og felagsskapi; sum ein ávirkar fólkini við máttinum í evangelinum til frelsu. Tey verða ikki frelst í hópi, men hvørt fyri seg. Persónlig ávirkan er ein stórur máttur. Og vit mega koma teimum heilt nær, sum vit ynskja at gagna. Smakkurin av salti er ein livandi lýsing av kraftini hjá kristnum við Jesu kærleika í hjartanum, Kristi rættvísi, sum breiðir seg út um alt lívið. Kristi kærleiki virkar úteftir og førkar seg framá. Um hann býr í okkum, vil hann streyma út til onnur. Vit skulu koma í nærstøðu við tey, til hjørtu teirra eru hitna av okkara ósjálvsøkna áhuga og kærleika. Frá teimum sonnu trúgvandi fer út livandi máttur, sum treingir seg ígjøgnum og boðar nýggja styrki til tær sálir, sum tey virka fyri. Tað er ikki mannamegi, men megi Halga Andans, sum fremur broytingar. Jesus legði hesa hátíðarligu ávaring aftrat: “men missir saltið kraft sína, hvussu skal tað aftur verða salt? Tað dugir einki til uttan at verða kastað út at traðkast niður av menniskjum.” (Matt 5:13). Ímeðan fólkið lurtaði eftir Kristi orðum, kundu tey síggja hvítar tirnur av salti lýsa á gøtunum, har tað fyrr var blakað, tí tað hevði mist kraftina, og tí ikki var til nyttu. Tað var ein beinrakin lýsing av farisearum, og tær ónyttur, ið teirra lærur elvdu á samfelagið. Tað var eisini ein beinrakin lýsing av lívinum hjá einum og hvørjum, tá ið kraft Guds er vikin burtur frá honum, og viðkomandi er vorðin kaldur uttan Jesus Kristus. Í fólka- og einglaeygum vil ein slíkur verða sæddur sum ódámligur og ótiltalandi, ja, óansæð hvørjar játtanir hann førir fram. Tað er við slík fólk, at Kristus sigur: “Eg veit um verk tíni, at tú ert hvørki køld ella heit - Gævi tit vóru køld ella heit! Men nú, við tað at tú ert flógv og hvørki køld ella heit, skal Eg spýggja teg út úr munni Mínum.” (Op 3:15-16) Uttan trúnna á Kristus sum persónliga frelsarin er ógjørlig at gera sína ávirkan galdandi í einum vantrúgvandi heimi. Vit kunnu ikki geva øðrum nakað, sum vit ikki sjálv eiga. Tann ávirkan, sum vit inna til signingar og til upplyfting av menniskjum, stendur í mun til okkara alsk og trúskap at halga okkum sjálv til Kristus. Um eingin virkin tænasta er, eingin sannur kærleiki, eingin livandi erfaring, so er heldur eingin kraft at hjálpa við, tí einki samband er við himmalin, og eingin góður Kristi angi er úr lívinum. Um Halgi Andin ikki fær nýtt okkum til amboð at boða sannleikan sum hann er í Jesusi, tá eru vit eins og saltið uttan smakk og virðisleyst. Undir okkara mangli av Kristi náði, vitna vit fyri heiminum, at sannleikin, ið vit játta okkum til at trúgva, onga heilaggerandi kraft eigur, og so langt at okkara ávirkan røkkur, gera vit soleiðis Guds orð til einkis: “Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella klingandi bjølla. Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmál og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so at eg kann flyta fjøll, men havi ikki kærleika, so eri eg einki. Og um eg so býti út, fátækum til føði, alt, ið eg eigi, um eg so gevi likam mítt til at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki.” (1 Kor 13:1-3). Tá kærleikin fyllir hjartað, vil hann streyma út til onnur, ikki vegna alt gott ein hevur fingið, men tí góðskan leiðir til gerð. Kærleikin broytir lyndið, ræður yvir okkara tankafokum og hugflogi, kúgar fíggindskap og tignarger vanar. Hesin kærleikin er so víðfevndur sum alheimurin og hann er í samljóði við sama egineikan, sum er hjá teimum tænandi einglunum. Tá ið kærleikin er í hjartanum, søtar hann alt lívið og spjaðir signing til øll nærhendis eru. Hetta, og einki annað enn hetta, kann geva seg út til at vera verðins salt. »Tit eru ljós heimsins« Í morgunløtunnar ljósi trinu býir og fjøll serliga klárt fram og góvu sítt íkast til dámliga landslagið. Tá Jesus peikaði hagar segði hann: “Ein býur, sum liggur á einum fjalli, kann ikki goymast.” og legði aftrat: “Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið - nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum.” (Matt 4:15) Tey flestu av teimum, sum lurtaðu eftir Jesusi, vóru bóndur og fiskimenn, hvørs fátæku hús einans høvdu eitt rúm, har bara eitt ljós stóð í ljósastaka og skein fyri øllum í húsinum. Eisini hvat tykkum viðvíkir, segði Jesus: “Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!” (Matt 4:16) Einki annað ljós hevur nakrantíð skinið ella vil skína á fallin menniskju, annað enn tað, sum kemur frá Kristusi. Jesus, Frelsarin, er hitt einasta ljós, sum upplýsir tann í synd falna heimin. Um Kristus er skrivað: “Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna.” (Jóh 1:4). Tað var við at taka ímóti lívi hansara, at lærusveinarnir kundu gerast ljósberarar. Kristi lív í sálini, kærleiki hansara opinberaður í lyndinum, vildi gera teir til heimsins ljós. Menniskjuni eiga einki ljós í sær sjálvum. Uttan Kristus eru vit sløkt kertuljós, sum mánin, tá hann vendir andlitið frá sólini. Vit eiga ikki eina einastu ljósstrálu at senda út í heimsins myrkur. Men tá vit venda okkum ímóti rættvísins sól, og koma í tætt samband við Kristus, tá strálar øll sálin av endurskini frá hansara guddómligu ásjón. Kristi eftirfylgjarar skulu vera meira enn bara ‘eitt’ ljós ímillum fólk. Tey eru heimsins einasta ljós. Jesus sigur við øll, sum nevna hansara navn: Tit hava givið tykkum til Mín og Eg havi givið tykkum til heimin sum útsendingar. Eins og Faðirin sendi hann til heimin, sigur hann: “Sum Tú hevur sent Meg í heimin, havi eisini Eg sent tey í heimin.” (Jóh 17:18). Eins og Kristus er tann, sum Faðirin opinberaði seg við, soleiðis skulu vit vera umboðið, sum Kristus verður opinberaður við. Hóast Kristus er hin stóra ljóskeldan, so gloym ikki, tú kristna sál, at hann opinberast ígjøgnum ta menniskjaliga átakið! Kristus sjálvur kom til heimin sum sonur menniskja. Menniskjaligheit sameind við guddómsins náttúru má nerta við mannaættina. Kristi samkoma, har hvør einstakur er lærusveinur Meistarans, er ein frá Himli útnevndur reiðskapur til at opinbera Gud fyri fólkinum. Einglar frá ríki dýrdsins bíða tí eftir, ígjøgnum teg at kunna fáa í lag himlaljós og kraft út til allar sálir, ið eru um at glatast. Skal tað menniskjaliga amboðið svíkja at fremja útnevnda starvið? Umhugsa, at í tann mun tað hendir, so missir heimurin hesa árinsvirkan frá Heilaga Andans fyrijáttan. Jesus beyð ikki lærusveinunum soleiðis: “Strembið eftir at fáa ljós tykkara at skína!” Nei, hann sigur: “Lat tað skína”. Býr Kristus í hjartanum, so er tað ógjørligt at krógva ljósið frá nærveru hansara. Um so er, at tey, sum vátta seg sum Kristi eftirfylgjarar, ikki eru ljós í heiminum, tá er tað tí at hin livandi kraftin er farin úr teimum; og um tey einki ljós hava at geva, tá er sjálvandi einki samband við ljóssins upphav. Til allar tíðir hevur “Kristi Andi í teimum” (1 Pæt 1:11) ført Guds sonnu børn fram sum ljós fólksins í samtíðini. Jósef var ljósberari í Egyptalandi. Við sínum reinleika, góðu gerðum og sonarliga kærleika var hann eitt ikon um Kristus mitt ímillum avgudadýrkarar. Ímeðan Ísraelittarnir vóru á ferð út úr Egyptalandi til fyrijáttaða landið, vóru tey trúføstu teirra millum ljós fyri fólkasløg kring tey. Ígjøgnum tey varð Gud opinberaður. Og frá Dániel og vinum hansara í Bábylon til Mordokaj í Persia, skinu klárar ljósstrálur út í myrkrið, sum ráddi við kongaligu hovini. Á líknandi hátt eru Kristi lærusveinar nú settir at vera ljósberarar á vegnum til himmalin; ígjøgnum teir opinberast miskunnsemi og góðska Faðirins fyri einum heimi, sum er ballaður inn í myrkur, tí hann misskilir Gud. Við at síggja teirra góðu gerðir leiðast onnur til at æra Faðirin í tí høga; tí soleiðis verður lagt fyri dagin, at á alheimstrónuni er ein Gud, hvørs lyndi uppiber lovprísan og eftirlíknan. Hin guddómligi kærleikin, sum gløðir í hjartanum, og tann frá Kristusi dámligi harmoniur, sum vísir seg í lívinum, er sum eitt blunk úr himlinum, ið unnist verðsliga fólkinum, fyri at tey skulu kunna virðismeta tess høgu dýrd. Tað er á sama hátt, at menniskju verða leidd til at trúgva. “Og tann, ið verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Gudi, og Gud í honum.” (1 Jóh 4:16). Tað er á henda hátt, at hjørtu, sum einaferð vóru syndig og spilt, reinsast og broytast. Fyri at tey skulu kunna stillast fram fyri Guds dýrd: “Honum, sum mentur er at varðveita tykkum frá falli og lata tykkum stíga fram fyri dýrd Sína, ólastandi, í gleði.” (Jud 24). Frelsarans orð: “Tit eru heimsins ljós”, vísir á sannroyndina, at hann hevur givið sínum eftirfylgjarum eina heimsfevnandi misjón. Á Kristi tíð hevði sjálvsøkni, hugmóð og fordómar ein sterkan vegg ímillum tey, sum vóru útnevnd til ansarar av Guds heilaga orði, og eitthvørt annað fólk á jørðini. Men Frelsarin var komin at broyta alt hetta. Tey orð, sum fólkið hoyrdi av varrum hansara, vóru øðrvísi enn alt annað, sum tey fyrr høvdu hoyrt frá prestum og rabbinarum. Kristus tók niður skilaveggin, sjálvskærleikan, og ein syndrandi tjóðarfordóm. Hann heldur uppá kærleikan til alla menniskjaligu familjuna. Hann lyftir fólk upp úr teirra trongu sirklum, sum teirra sjálvsøkni leggur tey í; og ógildar øll økismørk, bæði landafrøðiliga, og aðrar ásir til sundurlyndi í samfelagnum. Hann fremur ongan mun á næstanum og á tí fremmanda, á vinum ella fíggindum. Hann lærir okkum at lýta at hini treingjandi sál sum okkara næsta og at øllum heiminum sum okkara virkisøki. Eins og sólstrálur treingja ígjøgnum, og koma fram til tey mest avsíðis støð á jørðini, er tað Guds ætlan at ljósið frá evangeliinum skal náa út til hvørja einastu sál um allan heimin. Um Kristi samkoma fullfíggjaði ætlan Harrans, hevði ljósið longu skinið á øll, sum sita í myrkri og í skuggalandi deyðans. Ístaðin fyri at taka seg saman í bólkar og sleppa undan ábyrgd og krossi, vildu samkomunnar limir spjatt seg út um øll lond og lati Kristi ljós skini víðari út frá teimum, ímeðan tey arbeiddu fyri sálarfrelsum eins og hann. Tá hevði “hetta ríkis evangelium” í skundi verði borið út um allan heimin. Ætlan Guds var soleiðis at kalla eitt fólk líka síðani Ábraham á fløtum Mesopotamiuog til okkum í hesi tíð, at verða uppfylt. Hann segði: “Eg skal signa teg ..... og tú skalt verða signing.” (1 Mós 12:2). Kristusar orð søgd vórðu við evangelistin, tann profetin, sum Fjallaprædikan einans er eitt ekkó av, geldur eisini okkum í hesi síðstu ættini: “Statt upp, verð ljós! Tí ljós títt er komið, og dýrd Harrans rennur upp yvir mær.” (Es 60:1). Um Harrans dýrd er runnin upp fyri anda tínum, og um tú hevur skoðað vakurleikan hjá honum, sum er tann besti ímillum túsundir, fullur av yndi, og um sál tín strálar við hansara ásjóns ljósi, so er hetta orð frá Harranum sent til tín. Hevur tú staðið saman við Kristusi við umbroytingina á fjallinum? Niðri á slættanum eru sálir, sum hin óndi heldur í trældómi, og tær bíða eftir trúar- og bønarorðum, sum vilja seta tey í frælsi. Vit eiga ikki einans at grunda yvir Kristi dýrd, men eisini at tala um hansara dygdir. Esajas steðgaði ikki við at lýta at Kristi dýrd, men hann talaði eisini um hana. Ímeðan Dávid djúphugsaði, øktist eldurin; og síðani talaði hann við tungu síni:“Men veldigur er Harrin í hæddini, meira enn duni av hinum stóru, hinum veldugu vøtnum, meira enn havsbrotini.” (Sl 39:4). Ímeðan hann grundaði yvir Guds undurfulla kærleika, kundi hann ikki halda seg frá at tala um tað, ið hann sá og kendi. Hvør kann í trúgv lýta at endurloysingsins herligu ætlan, Guds sonars dýrd, og ikki koma at tala um hana? Hvør kann hugsa um tann óútgrundandi kærleikan, sum var lagdur fyri dagin við deyða Krists á krossi Golgatas, fyri at vit ikki skulu glatast, men hava eitt ævigt lív – og hvør kann lýta at hesum uttan at hava nakað at siga ella uttan at upphevja frelsarans dýrd? “Alt í halgidómi Hansara rópar: Dýrd!” Ísraels yndisligu sangarar lovprísaðu honum á hørpum og søgdu: “Dýrd og heiður hátignar Tínar og undurverk Tíni grundi eg á. Um sterku og øgiligu verk Tíni skulu ættarliðini tala; um stórverk Tíni skal eg vitna.”(Sl 29:9; 145:5-6). Krossurin á Golgata skal hevjast høgt yvir fólkið, soleiðis at hann dregur sinn teirra og savnar tankarnar. Tá fara øll tey andaligu evnini at fyllast við guddómligari kraft frá Gudi sjálvum. Tá vil man savna kreftirnar til verulig verk fyri Meistarin. Guds arbeiðarar vilja sum livandi reiðskapir útsenda ljósstrálur fyri at upplýsa jørðina. Kristus frøist um hvønn einasta tænara hann fær! Tað menniskjaliga setur hann inn í tað guddómliga, fyri at kunna boða heimin loyndarmálið við kærleikanum, sum varð sýndur í holdi. Tala um hann! Bið um hann! Boða dýrd hansara og blív við út í fjarløgd lond. Royndir í tolsemi, vælsigningar í takksemi, reystliga køvdar freistingar, spaklyndi, vinaligheit, miskunn og kærleiki, sum við vananum koma fyri dagin, hesi eru tey ljós, sum útstrála góðlyndini sum ein mótsetning til myrkrið í tí sjálvsøkna hjarta, har lívsins ljós ongantíð skein. |