Við Meistarinum á fjallinum kapitel 3. Fra side 45tilbage

Veran í andaligu lógini

»Eg eri ikki komin at avtaka, men at fullføra.« (Matt 5:17).
Tað var Kristus sum í toru og eldi boðaði lóg Guds á Sinaifjalli. Sum oyðandi eldur lá Guds dýrd á Sinai og alt fjallið skalv av Guds hjáveru. Ísraels fólk lá í tignarótta á grúgvu og hoyrdi halgu lógarboðini. Hvat øvutur var ikki tilburðurin til fjall sæluprísninganna! Her var tað undir stillum summarhimli við fuglasangi at avbróta kvirru, tá Jesus greinaði grundreglurnar í sínum ríki. Og tó var hann, sum nú talaði kærleikans mál til fólkið, farin undir at greina grundlyndini í hini somu lógini, ið boðað varð á Sinai fjalli.

Tað ferð at lógin varð givin á Sinai, var Ísrael beint innan vorðið eyðmýkt av drúgvari trælkan í Egyptalandi, og tey høvdu stóran tørv fyri at kenna Guds mátt og stórleik. Og so mikið meira vísti hann seg sum kærleikans Gudur.

»Harrin kom av Sinai og rann upp fyri teimum á Se’ir; Hann læt ljós Sítt skína av Parans fjøllum og kom frá heiløgum tíggjutúsindum. Við høgru hond Hansara logaði eldur ímóti teimum. Ja, Hann elskar fólk Sítt. Øll hini heiløgu Hansara eru í hondum Hansara. Og tey seta seg við fót Tín og taka við orðum frá Tær.« (5 Mós 33:2-3).

Tað var fyri Mósesi at Gud opinberaði tey undurføgru orð, sum eru vard sum hin størsti skattur ígjøgnum tíðirnar: »Harrin! Harrin! - miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti, sum goymir náði í túsund mannaminni, sum fyrigevur misgerð, lógbrot og synd.« (2 Mós 34:6-7).

Lógin, sum varð givin á Sinai, var málberingin fyri kærleikans grundreglu, tí jørðin er ein opinbering av lóg himmals. Hon var givin við guddómligari millummans hond og boðað av honum, undir hvørs valdi mannahjørtuni kunnu stillast at vera í samljóði til hennara grundreglur. Gud segði ætlanina við lógini, tá ið hann við Ísrael segði: »Tit skulu vera Mínir heilagu menn.« (2 Mós 22:31).

Men Ísrael skilti ikki andaligu náttúruna í lógini, og lýdnið var ov ofta mest ein látan sum um, og aðrar lótir til formar og siðvenjur, heldur enn at vera ein yvirgeving av hjarta til kærleikans ovastu hátign. Tá Jesus í sínum lyndi og virkni lýsti Guds kærleiksfullu og faðirligu eginleikar fyri fólkinum, og ávísti tað virðisleysa lýdni, sum einans eru til naknar siðareglur, kundu jødisku leiðarnir hvørki taka við hesum ella skilja orðini. Teir hildu hann dvølja ov lítið við krøvini í lógini, tá hann lærdi um sannleikarnar, sum júst vóru kjarnin í tí guddómliga skipaðu tænastu. Ímeðan teir bert ansaðu eftir tí yviflatiska, so ákærdu teir hann fyri at vilja koyra lógina umkoll.

Hóast Kristus tosaði hóvliga, fullu orðini álvarsom í styrki og hugtóku hjørtuni. Tey væntaðu sær at hoyra endurtøkur av máttleysum viðtøkum rabbinara, men til einkis. Tey undraðust bilsin um læru hansara. Hann lærdi sum ein við myndugleika, og ikki sum teir skriftlærdu. Farisæarnir góvu gætur tann stóra mun ímillum teirra og Kristi hátt at læra. Teir sannaðu tað upphevjaða, reina og vakra í sannleikanum, saman við tess víðfevndu og mildu ávirkan, til at gera eitt máttmikið árin á sinnini. Guddómligi og eymi kærleikin hjá frelsarinum dróg fólk at honum. Rabbinarar sannaðu, at hansara læra útholaði allan grundtankan, sum teir høvdu givið fólkinum. Hann breyt skilaveggin niður, sum í so stóran mun hevði smikra teirra hugmóðir og afturtrektu serstøðu í samfelagnum. Teir óttaðust fyri, at um hann fekk loyvi til at halda fram, so fór fjøldin so fullkomiliga at venda teimum baki. Og tí eltu teir hann við avgjørdari fíggindaligari vón um at finna eitt ella annað høvi, sum teir kundu brúka til fáa hann illa lýddan hjá fólkinum, og soleiðis gera tað gjørligt fyri Ráðið at dómfella hann til deyða.

Jesus var á fjallinum neyvt fylgdur av njósnarum, og undir útlegging av grundreglum rættvísins, teskaðu farisæarnir ímillum fólk, at læran var ímóti ásetingunum, sum Gud hevði boðað á Sinai. Men frelsarin segði einki, sum skerdi trúnna á tann átrúnað og tær fyriskipanir, sum vóru givnar Mósesi; tí hvør einasta strála av guddómligum ljósi, sum hesin leiðari Ísraels hevði flutt til fólkið, stavaði frá Krisusi. Ímeðan mong í hjarta sínum siga, at hann er komin fyri at burturbeina lógina, opinberaði Jesus støðu sína til tey guddómligu boðini við orðum, sum als ikki kunnu misskiljast: »Haldið ikki«, segði hann, »at eg eri komin fyri at niðurbróta lógina ella profetarnar.«

Tað er skapari okkara, lóggevarin, sum yvirlýsti at hann ikki ætlar at seta boðlógina úr gildi. Øll viðurskiftir í náttúruni frá dusti í sólstrálu og til himnaknøttar í tí høga, er alt undir lógskipan í náttúruni, ja øll javnvágin er tengd at lýdni til hesar náttúrulógir. Á líknandi hátt eru stórir grundsetningar neyðugir til at ráða øllum lívinum hjá skilverum. Vælferðin í Alheiminum er bundin av at hesir grundsetningar verða hildnir. Guds lóg var áðrenn okkara jørð. Einglarnir verða leiddir av hennara grundreglum, og fyri at jørðin skal finnast í samlagi við himmalin, mugu menniskjuni eisini akta tær guddómligu lógirnar. Kristus kunngjørdi boð lógarinnar fyri mennniskjunum longu í Eden: »Hvar vart tú, tá ið Eg legði grundvøll jarðarinnar! Sig tað, um tú ert so klókur! Hvør setti mál hennara! Hvør spenti málisnøri yvir hana! Hvar vóru stólpar hennara slignir niður! Hvør legði hornastein hennara, meðan allar morgunstjørnur frøddust, og allir synir Guds róptu av gleði?« (Job 38:4-7). Kristusar ørindi á jørðini var ikki at bróta lógina niður, men tað var við síni náði at leiða menniskjuni aftur til lýdni ímóti boðum hennara.

Elskuligi ápostul Jesusar lurtaði á fjallinum og skrivaði langt aftaná evangeliið undir Andans ávirkan, og hann lýsir lógina sum æviga gilduga. Hann skrivar at »synd er lógbrot« og at »hon er gamalt boð, sum vit hava frá upphavi.« (1 Jóh 3:4; 2:7). Hann skrivar sjálvandi her um lógina, sum eisini var undan skapan heimsins og endurtikin á Sinaifjalli.

Nú Jesus umrøddi lóg,ina segði hann, at: »Eg eri ikki komin at seta úr gildi, men at fullkoma.« Nýtta orðið »fullkoma« er í somu merking sum tá hann segði tað við Jóhannes Doyparin ætlandi »at fullkoma alla rættvísi!« (Matt 3:15). Og tað vil siga fult út at eftirliva lógarinnar krøv, og at geva eitt fyridømi um hesa fulla eftirlivan av Guds vilja.

Ørindið var: »fyri rættvísis Sínar skuld, tí tað er vilji Harrans at lyfta lógina til stórleika og heiður.« (Es 42:21). Hann skuldi soleiðis vísa á ta andaligu náttúruna í lógini, sum er at vísa hennara langt røkkandi grundreglur og at gera tær ævigt greiðar og í gildi.

Kristus, sum bara fá av teimum mest hásintu ímillum fólk veikt endurspegla; hann, sum Salomo við Andans innblásing lýsti, at hann »ber av tíggju túsund og er fullkomin í yndi.« Og hendan, sum Dávid í profetiskari sjón sá og lýsti: »Tú, fagrasti av menniskjabørnunum, lívsæla er helt á varrar Tínar; og tí hevur Gud signað teg í allar ævir.« (Há 5:10-16; Sl 45:3); Jesus, púra líkur Faðir sínum, ljómin av dýrdini, er sjálvsavnoktandi endurloysarin Jesus, sum undir kærleiksferðini á jørð við guddómliga vakrum lyndi eisini livdi sum ein lýsing av grundreglunum í Guds lóg. Lív hansara ger greitt at himmalsins kærleiki, tær Kristus dámaðu grundreglurnar, eru grundin undir rættferðini í hini ævigu lógini.

»Inntil himmal og jørð forganga,« segði Jesus, »skal ikki tann minsti bókstavur ella prikkur av lógini forganga, fyrrenn tað alt er hent.« Við sínum lýdni ímóti lógini gav Jesus ein vitnisburð um hennara óbroytiligu náttúru og prógvaði, at við hansara náði kundi hon verða hildin fult út av einum og hvørjum soni og dóttir Adams. Á fjallinum yvirlýsti hann, at ikki hin minsti prikkur av lógini skuldi ógildast, innan alt var fullført, tað, sum viðvíkur mannaættini, og er tí viðvíkjandi endurloysing frelsuætlaninar. Hann lærdi ikki at lógin nakrantíð vil ógildast (Hebr 7:14-17 er líkt ‘lógkunngerð’). Hann festi eyguni við ytstu trom havsbrúnnar og vissaði, at inntil tað vegamót er rokkið, vil lógin varðveita autoritet og gildi. Eingin skal trúgva at hansara ørindi var at burturbeina lógboðini. So leingi himmal og jørð eru her, vilja heilagu grundreglurnar framhaldandi vera »sum fjølll Guds« (Sl 36:7) og rættvísi hansara vil verða standandi, og sum kelda til vælsigningar halda á at senda streymar at leska og styrkja jørðina.

Nú Harrans lóg er fullkomin og óbroytilig, er tað ógjørligt fyri syndig menniskju í og av sær sjálvum at liva upp til ideal hennara. Hetta var orsøkin til at Jesus kom sum okkara endurloysari. Misjónin var at leiða menniskjuni inn í samsvar við grundgreglurnar, sum samsvara Himmalsins lóg, og tað er við at gera tey til ein part av tí sannu guddómligu náttúru. Tá ið vit avsaka synd og taka ímóti Kristusi sum okkara Frelsara, verður leyvan av Juda hevja upp. Ápostulin Paulus setti og svaraði hendan spurningin: »Gera vit tá við trúnni lógina til einkis? Minni enn so! Nei, vit staðfesta lógina!« (Róm3:31).

Lyftið í nýggja sáttmálanum er hetta: »Eg skal leggja lógir Mínar í hjørtu teirra, og Eg skal skriva tær í sinn teirra.« (Hebr 10:16). Ímeðan myndliga skipanin, sum peikaði á Kristus sum Guds lamb at bera heimsins synd, skuldi steðgast við deyða hansara, so var hon øvut av teim tíggju rættvísu grundsetningum í tíggjuboðs lógini, og eins óbroytilig sum Guds æviga hásæti. Ikki eitt einasta boð er ógildað, ikki bókstavur ella prikkur er broyttur. Hesar grundreglur vórðu kunngjørdar til Adam í Paradís sum lívsins stóra lóg, og vil verða óbroytt í endurstovnaða Paradís. Tá Eden aftur blomstrar á jørðini, fer Guds kærleiks lóg at vera fylgd av øllum undir sólini.

19. »Til ævigar tíðir, Harri, stendur orð Títt fast í Himli.« ... »øll boð Hansara eru trúføst; tey standa føst í allar ævir, tey eru gjørd í sannleika og rættvísi.« ... »Øll boð tíni eru sannleiki. Eg visti longu langt síðani av vitnisburðum Tínum, at Tú hevur grundfest teir í allar ævir.« (Sl 119:89: 111:7-8; 119:151-152)

20. »Hvør tann, sum tí brýtur eitt hitt minsta av hesum boðum og lærir menniskju so, skal kallast hin minsti í ríki himmiríkis.« (Matt 5:19)
Og tað merkir at hann fær ikki atgongd, tí tann, sum við vilja brýtur bara eitt boð, er ólýðin í anda og sannleika til øll boð: »Tí tann, ið heldur alla lógina, men snávar í einum, er vorðin sekur í øllum.« (Ják 2:10)

Synd er í síni ólýdnisgerð ikki avgjørd av stødd, men av sannroyndini, at ein víkir frá Guds opinberaða vilja í tí allarminsta máli. Hettar viðurskifti vísir, at enn er samband ímillum sálina og syndina. Hjarta er tvíbýtt í tænastuni. Tað finst framvegis ein verulig avnoktan av Gudi, sum er ein uppreistur ímóti leyvuni í ríki hansara.

Um fólk áttu frælsi at sett Guds krøv til viks, og sjálv at sett upp eina reglur fyri sínar skyldir, so vildi tað komi ein mongd av reglum, sum vóru stillaðir til lyndið hjá mongum ymiskum, og harradømið varð tikið út av Harrans hond. Menniskjans vilji verður sæddur sum avgerandi, og Guds háborni heilagi vilji, hansara kærleiksætlan við sínum skapningum vildi verði vanærdur og vanvirdur.

Tá fólk velja sín egna veg, er tað altíð í andsøgn við Gud. Tey fáa ikki pláss í Guds ríki, tí tey eru stríð við sjálvar grundreglurnar, sum galda í himli. Við at seta seg út um Guds vilja, taka tey støðu við tí ónda, fíggindi Guds og manna. Ikki við einum orði, ikki av mongum orðum, men av hvørjum orði, sum Gud hevur sagt, skal menniskja liva. Vit kunnu ikki vera trygg, um vit yvirsíggja eitt einasta orð, líkamikið hvussu ótýðandi tað mátti tykist at veri. Tað er einki boð í lógini, sum ikki gagnar menniskjunum til eydnu bæði í hesum lívi og í tí komandi. Tá ið fólk liva í lýdni ímóti Guds lóg, eru tey gird av einum hegni og til verða varðveitt frá tí ónda. Tann, sum brýtir niður ta av Gudi uppsettu skivu á einum punkti, hevur spilt evnir hennara til at verja hann, tí hann hevur opna ein veg har fíggindin fær trongt seg inn fyri at valda oyðing og ruin.

Fedrar okkara hættaðu sær at seta vilja Guds til viks í einum, og tí opnaðust slúsurnar til heimsins vanlukku. Øll, sum fylgja teirra fyridømi eftir, vilja heysta líknandi fruktir. Kærleiki Guds er grundarlagið undir hvørjum boð í lóg hansara; og tann, sum víkir frá boðnum, arbeiðir uppá sína egnu vanlukku og undirgang.

»Um rættvísi tykkara ikki ber av rættvísi teirra skriftlærdu og farisearanna, koma tit als ikki inn í himmiríkið.« (Matt 5:20).
Teir skriftklóku og farisearnir høvdu ikki einans ákært Kristus, men eisini lærusveinar hansara at vera syndarar, tí teir viku um at virða forskriftir og siðir rabbinarna. Lærusveinarnir høvdu ofta verið illa við og kent seg tyngdar av rættingum og ákærum frá teimum, sum teir annars høvdu verið so vanir at heiðra sum sínar átrúnarligu leiðarar. Kristus avdúkaði falsið. Hann yvirlýsti at rættvísin, sum farisearnir mettu so høgt, var virðisleys. Jødarnir høvdu gjørt galdandi, at teir vóru tað serliga lóglýdna fólki, sum stóð í yndi Guds; men Kristus bar fram teirra átrúna sum innantóman fyri frelsandi trúgv. Allar lótir vóru av gudsótta, sum menniskjalig hugskot, ja, enntá lógarlýdni, ið einans røkk tað útvortis, sum teir róstu sær av, kundi ikki gera teir halgar. Teir vóru ikki reinir av hjarta, og ei heldur hásintir og kristnir í lyndi.

Ein lógsom trúgv er ikki nóg mikið at fáa sálir sáttar við Gud. Harða og stranga farisearatrúgvin var sør fyri ihran, eymleika og kærleika, og var bert eiti til ástoyt fyri syndarar. Teir vóru eins og saltið, sum hevði mist smakkin, tí teirra ávirkan átti ongan mátt at varðveita heimin fyri spillur. Hin einasta sanna trúgv er hon, sum »virkar við kærleika« (Gal 5:6), og reinsar sálina. Hon er eins og súrdeiggið, sum broytir lyndið.

Alt hetta áttu jødarnir at havt lært av undirvísing profetanna. Í øldir áðrenn høvdu róp frá sálum um rættvísgerð hjá Gudi funnið sína máliskur og ljóða soleiðis við orðum Mika profets: »Við hvørjum skal eg stíga fram fyri Harran, boyggja meg niður fyri Gudi í hæddini? Skal eg stíga fyri hann við brenniofrum, við vetringum? Man Harranum líka veðrar í túsundatali, oljuløkir í tíggjutúsundatali? .....Hvat annað krevur Harrin av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi Tínum!« (Mika 6:6-8).

Hvat farisearanna sanna náttúra var, hevði profeturin Hoseas ávíst við hesum orðum: »Ísrael er ein tómur vínstokkur, sum ber frukt til seg sjálvan.« Ímeðan jødar góvu seg út fyri at tæna Gudi, arbeiddu teir í veruleika bara fyri sjálvum sær. Teirra rættvísi var fruktin av strembanum við at halda lógina, og at halda hana í samsvar við egnu hugtøk og sjálvsøknu endamálum fyri eyga. Tí kundi hon ikki blíva nakað betri, enn tey sjálv vóru. Við strevan eftir at gera seg sjálv heilagi, royndu tey at bera okkurt reint úr tí óreina. Lóg Guds er so heiløg, sum hann er heilagur, og líka so fullkomin, sum hann er fullkomin. Hon lýsir Guds rættvísi fyri menniskjunum. Tað er ógjørligt fyri fólk av sær sjálvum at halda hesa lóg, tí menniskjans náttúra er spilt, krypil, og ymisk fra Guds lyndi. Tað er eginkærleiki hjartans í gerðum, sum eru »óreinar«, ... »øll rættvísi okkara varð sum dálkað plagg...« (Es 64:5).

Hóast lógin er heiløg, kundu jødarnir ikki fáa rættvísi við sínum egnu strembanum at halda lógina. Kristi lærusveinar máttu náa rættvísi av einum øðrum slag enn farisearnir, um teir skuldu sleppa inn í himmiríki. Í soni sínum bjóðaði Gud teimum lógarinnar fulla rættvísi. Um teir vildu opna hjørtuni fult og heilt fyri at taka ímóti Kristusi, vildi sjálvt lív Guds, kærleiki hansara, búgva í teimum og broyta tey eftir sínum líki, og soleiðis vildu tey við Guds óuppibornu gávu fáa ta rættvísina, sum lógin krevur. Men fariserarnir vrakaðu Kristus. »Tey kenna ikki rættvísi Guds og royna at fáa í lag sína egnu rættvísi« (Róm 10:3), og vildu ikki boyggja seg undir Guds rættvísi.

Jesus lærdi síðani áhoyrarnar, hvat tað er at halda Guds ásetingar, og at tað merkir at skapa lyndi Jesu í teimum sjálvum. Tí í honum varð Gud dagliga sýndir fyri eygum teirra.

»Hvør tann, sum uttan grund er illur við bróður sín, skal vera sekur fyri dóminum«
(Matt 5:21) Við Móses hevði Harrin sagt: »Tú mást ikki í hjartanum hava agg til bróður tín, ..... Tú mást ikki hevna teg og ikki hava agg til nakran av fólki tínum, nei, tú skal elska næsta tín sum teg sjálvan.« (3 Mós 19:17-18). Sannleikarnir, sum Kristus bar fram, vóru teir somu sum profetarnir høvdu lært, men vóru vorðnir kámaðir av hjartans forherðing og kærleika til syndina.

Orð frelsarans vístu lurtandi fjøldini ta sannroynd, at ímeðan tey fordømdu onnur sum lógbrótarar, vóru tey sjálv sek óndskapi og hatri. Hinumegin sjógvin til teirra savnan lá fjarskotna landslagið Basan, hvørs villu djúpu gjáir og skógklæddu hæddir leingi høvdu verið goymistøð hjá lógbrótarum av øllum handa slagi. Søgur gingu um rán og morð, sum kort síðani vóru hend og í feskum minni, og mong vóru ágrýtin at fordøma hesar ótangar og illgerðarmenn. Alt ísenn vóru tey sjálv ógvuslig og stríðshugað. Tey bóru beiskt hatur til kúgandi rómversku hersetingina, og kendu seg at hava fullan rætt at hata og vanvirða øll onnur fólk, ja, eisini sínar egnu landsmenn, sum ikki altíð fylgdu fylgdu teirra hugtøkum. Í øllum hesum brutu tey lógina, sum sigur: »Tú mást ikki drepa.«

Hatrið og hevndarandin eiga sín uppruna í Satan, og tað fekk hann at drepa Guds son. Ein og hvør sum innir óndskap og illfýsni, er uppgløddur av tí sama anda og deyðin verður frukt hansara. Í hevndartankum liggja óndu gerðirnar goymdar, eins og plantur eru goymdar í fræi. »Hvør tann, ið hatar bróður sín, er manndrápari, og tit vita, at eingin manndrápari hevur ævigt lív verandi í sær.«. (1 Jóh 3:15).

»Tann, ið sigur við bróður sín: “Raka!” skal vera sekur fyri ráðnum.« (Matt 5:22)
Við at geva son sín sum gávu til okkara endurloysn, hevur Gud sýnt hvussu stórt virði hann leggur í hvørja sál, og hann gevur ongum menniskja rætt til at tala háðandi um eitt annað. Vit síggja feilir og veikleikar hjá fólki sum vit ferðast ímillum, men Gud sær hvørja sál sum sína ogn, sum hann í skapanarmátti á dupult skiltan hátt afturkeypti við Kristusar dýrabara blóði. Øll vórðu skapað í mynd hansara, og eisini djúpast fallin skulu viðfarast við virðing og eymleika. Gud vil krevja okkum til ábyrgdar fyri hvørt lítið háðandi orð um eina einastu sál, sum Kristus gav sítt lív fyri.

»Hvør gevur tær nakað framum annan! Hvat hevur tú, sum tú ikki hevur fingið? Og hevur tú fingið tað givið, hví rósar tú tær tá, sum um tú hevði ikki fingið tað givið?« ... »Hvør ert tú, ið dømir tænara annars mans! Fyri sínum egna Harra stendur ella fellur hann.« (1 Kor 4:7; Róm 14:4).

»Tann, ið sigur: “Dári tín!” skal vera sekur til eld Helvitis!« (Matt 5:22).
Í Gamlatestamenti er orðið »dári« lýsing fyri fráfalnan ella ein, sum er prísgivin tað ónda. Jesus sigur at ein og hvør sum dømir bróðir sín sum ein fráfalnan ella gudsfornoktara, vísir, at hann sjálvur hevur uppiborið hesa somu fordøming.

Í trætuni við Djevulin um likam Mósesar tordi Kristus ikki sjálvur »at siga háðadi dóm.« Um hann hevði gjørt tað, vildi hann havt sett seg á grundstykki Satans; tí ákæra er vopn hins ónda. Í skriftini er hann nevndur »ákæri brøðra okkara!« (Op 12:10). Og Jesus var ímóti at nýta eitt tað einasta av vopnum Satans. Hann fór ímøti honum við orðunum: »Harrin revsi teg.« (Jud 9).

Tá ið vit stríðast við Kristusar fíggindar, eiga vit ikki at siga nakað av trongd til at geva aftur við sama mynti, og ikki eingang nakað, sum bara hevur farran av háðandi dómi. Tann, ið stendur at vera Guds talurør, eigur ikki at siga orð, sum ikki eingang himmalsins tign vildi nýta í bardaganum við Satan. At døma og fordøma er eitt mál, sum vit skulu lata heilt til Gud.

Hesi eru tey ljós, sum útstrála góðlyndir sum ein mótsetningur til myrkrið í tí sjálvsøkna hjartanum, har ið lívsins ljós ongantíð skein.

»Far fyrst avstað og verð samdur við bróður tín.« (Matt 5:24).
Kærleiki Guds er annað og meira enn óvirkin eginleiki. Hann er jalig og virksom grundregla, ein livandi kelda, sum altíð vellir við signing til onnur. Um Guds kærleiki býr í okkum, tá vilja vit ikki einans halda okkum undan hatri til medmenniskjuni, men vit vilja leita eftir øllum møguleikum fyri at kunna vísa teimum kærleika.

Jesus segði: »Um tær tí kemur í hug, tá ið tú bert fram gávu tína til altarið, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær, lat tá gávu tína liggja har framman fyri altarið, og far og verð fyrst samdur við bróðir tín – kom so og ber fram gávu tína!« (Matt 5:23-24) Tær um Jesu offur fyrimyndarligu ofringar vóru eitt tekin um trúnna um, at við Kristusi var hin ofrandi vorðin ein partur í Guds miskunnsemi og kærleika. Men at sýna fram trúgv á Guds kærleika, ímeðan ein sjálvur bar ein ókæran anda, varð einans lótir og kvamsvís ofring.

Tá ið ein játtar seg at tæna Gudi, og ger órætt ella skaðar onkran, útstillar hann Guds lyndi í skeivt ljós fyri hesum persóni, og órætturin má játtast. Fyri at vit skulu kunna verða í samlagi við Gud, mugu vit játta at órættur er synd. Mín bróður hevur kanska gjørt ein enn størri órætt, enn vit hava ímóti honum, men tað ger ikki okkaru ábyrgd eitt petti minni. Um vit, tá ið vit traðka fram fyri Gudi koma í tanka um okkurt, at ein ella annar hevur ímóti mær, so skulu vit lata okkara gávu liggja, tað veri seg ein bøn, ein takksigan ella sjálvboði offur, og fyrst fara til viðkomandi, sum ein er óklárur við, og eyðmjúkt vátta sína egnu synd og biðja hann/hana um fyrigeving.

Hava vit á nakran hátt svikið ella skaða bróður, eiga vit at veita skaðabót. Um vit av óvart hava borið skeivan vitnisburð, ella um vit ikki hava endurgivið orð hansara beint, ella á annan hátt hava skatt hansara ávirkan, eiga vit at fara til tey, sum vit hava umtalað viðkomandi til, og afturkalla allar hesar ærumeiðandi snaringar.

Um sínámillum trupulleikar ikki verða sagdir øðrum, men heldur í kærleiksfullum og kristnum anda verða tosaðir direkta, hvussu nógv illavorðið hevði tá ikki blivið fyribyrgt! Hvussu mong beisk orð við árini á mong, vildu tá ikki verið fyribeind, og hvussu innarliga og eymt kundu Kristi eftirfylgjarar tá ikki verið í hansara kærleiks felagsskapi!

»Hvør tann, ið hyggur á kvinnu og hevur hug á henni, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum.« .(Matt 5:28).
Jødar róstu sær av sínum morali og sóu við ógvan sansiligar siðir hjá heidningunum. Hjáveran av rómverskum embætisfólki komið til Palæstina fyri tað keisarliga harradømi, var ein støðug argan fyri fólk, nú hesir úlendingar tóku eina flóð av heidnum skikkum, vælveru og ólevnaði við sær. Í Kapernaðum fluttu rómversk tænastufólk aftur og fram við hugalystigum elskarindum á gonguvegum, og ofta varð kvirran órógvað av larmandi vertskapi, eitt nú tá teirrra stuttleikabátar smoygdu sær um blankar vatnskorpur. Fólkið væntaði at Jesus fór at siga strangan dóm yvir hetta fólkaslag. Men tey stóðu undrandi, tá ið tey hoyrdu hann tala orð, sum løgdu teirra egnu hjørtu víðopin fyri egnan óndskap!

Jesus segði, at hvussu loynt ein so elskar og goymir óndar tankar, tá ræður syndin enn í hjartanum. Sálin er í beiskum galli føst í leinkjum órættvísins. Tann, sum rakar við hina ónda hugsan og loyvir sær at senda tráandi eygnakast, kann í hesi opnu synd við tess tyngd í skomm og hjartanemandi pínu, síggja, av hvørjum slag hitt ónda í veruleika er, sum hann nú avdúkar úr sálinnar vesalshúsi: Tað ónda, sum kemur til sjóndar, verður skapað í freistingarløtu tá ein kanska fellur í stóra synd, sum einans fremist í verki ella er borin fyri dagin, tí hon áðrenn lá og dúraði í hjartans dulda: »Tí sum hann hugsar í sál síni, so er hann«; tí úr hjartanum »sprettir lívið.« (Orðt 23:7)

»Um høgra hond tín freistar teg, so høgg hana av og kasta hana frá tær« (Matt 5:30)
Fyri at forða sjúku í at breiða seg í likaminum, og møguliga at kosta einum lívið, vildi ein enntá funnið seg í at mist høgru hond. Men nógv heldur átti ein at vilja slept øllum, sum setir lívið og sálini í vanda.

Av tí æviga gleðiboðnum skulu sálir, sum hin óndi hevur spilt og heldur í trældómi, finna endurloysing og fáa lut í herligum frælsi til Guds børn. Ætlan Guds er ikki einans at frelsa frá sjúku, sum synd óumgeingiliga dregur við, men at bjarga frá sjálvari syndini. Hendan spilta og avlagaða sál má reinsast og umgerast, so at hon kann latast í »at verða gjørd lík mynd Sonar Síns, so Hann kundi vera hin frumborni millum mangar brøður.« ... Og »tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja – tað, sum Gud hevur gjørt teimum til reiðar, sum elska Hann.« (Róm 8;29; 1 Kor 2:9). Einans ævinleikin vil vísa tí útvalda skara tað herliga málið, sum tey vilja røkka sum gávu, tá ið mynd Guds er endurreist í teimum.

Fyri at røkka hesum høga hugamáli, mugu vit loysa frá øllum tingum og viðurskiftum, sum bera sálini ástoytir. Tað er yvir viljan at synd fær fastatøkur á okkum. Ein yvirgeving av viljanum er samanboin við at skræða eyga út ella at høgga hond av. Fyri okkum kann tað tykast, sum at ein yvirgeving av viljanum til Gud er einstýðandi við at samtykkja at ferðast ígjøgnum lívið sum meiðslaður ella krypil. Men tað er betri enn so, sigur Jesus, at egoið verður sært og forkryplað, og ein soleiðis sleppur inn til lívið. Tað, sum ein sá sum eina vanlukku, skapti tá innkomuvegin til hin størst hugsandi fyrimunin.

49. Gud er kelda lívsins, og einans í samfelagi við hann kunnu vit eiga lívið. Skild frá Gudi kunnu vit nokk njóta eina stutta tilveru, men lívið eigur ein ikki. »Men tann, ið livir eftir lystum sínum, er livandi deyður.« (1 Tim 5:6). Einans tá vit yvirgeva viljan til Gud, er tað gjørligt fyri hann at veita okkum lívið. Einans við at taka ímóti hansara lívi við at yvirgeva seg, segði Jesus, er gjørligt at sigra yvir hesum duldu syndunum, sum eg havi víst á. Nokk kunnu tit jarða tær í tykkara hjørtum og krógva tær fyri mannaeygum; men hvussu vilja tit standa tykkum fyri Guds andlits ásjón?

Hvør tann, ið heldur fast í seg sjálvan og noktar at geva Gudi viljan, og velur deyðan. Gud er oyðandi eldur fyri alla synd, hvar enn hon so er. Um tit velja syndina og ikki vilja skiljast frá henni, vil Guds hjávera, sum oyðir alla synd, eisini oyða tykkum.

Yvirgeving til Guds krevur offur, men tað er ofring av tí lægra fyri tað hægra, sum er loysing frá tí jarðiska fyri at fáa tað andaliga. Loyst frá tí forgeingiliga at vinna tað óforgeingiliga. Tað er ikki Guds ætlan at viljin skal hvørva, tí tað er einans við nýtslu av viljanum, at vit kunnu gera tað, sum hann ynskir av okkum. Vit skulu geva honum okkara vilja, fyri at vit skulu fáa hann reinsaðan og góðskaðan í verimáta, og soleiðis í roynd og veru knýtist til hin guddómliga, so at hann fær útoyst sínar streymar av kærleikans kraft. Hvussu illa smakkandi og pínufull hendan yvirgeving kanska enn er fyri tað eginráðandi og treiska hjarta, so er hon tó »betri fyri teg«.

Nústani tá Jákup særdur og hjálparsleysur kastaði seg í armarnar á paktsins eingli, váttaði hann trúarinnar sigrandi yvirmátt og varð til fúrsta hjá Gudi. Tað var, tá ið hann »haltandi á mjødnini«, møtti vopnaði skara Esavs, og steðgaði frammanfyri hann; og Farao, hin erni arvtakarin í einum kongaligu dýnasti, boygdi seg fyri at taka ímóti vælsigning. Soleiðis varð eisini okkara, »frelsuslóari borin til alt fullkomni við líðing« og at børn trúar »fingu styrki eftir veikleika« ... og at tey »róku fíggindaherar til flýggjan«. Soleiðis hendi tað eisini, at »halti fáa lut í herfongi«, og at skroypulig »vera sum Dávid ... sum eingil Harrans.« (Hebr 2:10; 11:34; Es 33:23; Zak 12:8).

»Er tað loyviligt at skiljast frá konu síni?«
Hjá jødum var manni loyvt skiljast frá síni konu fyri tey minstu brot, og kvinnan hevði tá frælsi til at fara í nýggja giftu. Hesin skikkur hevði nógva ússaligheit og synd við sær. Í Fjallaprædikuni segði Jesus týðuliga, at ein upploysn av hjúnalagnum ikki kundi vera uttan at ótrúskapur var framdur ímóti hjúnabandslyfti. Hann segði, at »hvør tann, ið skilst frá konu síni fyri nakað annað enn hor, ger at hon drívir hor, og hvør tann, ið tekur fráskilda konu til ekta, drívur hor.« (Matt 5:32).

Tá farisearar aftaná spurdu Jesus um skilsmissa er loyvd, fór hann heilt aftur til stovnan hjúnarlagsins í skapanini: »Er loyviligt at skilja seg frá konu síni av eini og hvørji grund?« Og hann svaraði : »Tí hjørtu tykkara vóru hørð, gav Móses tykkum loyvi til at skiljast, men av fyrstum tíð hevur tað ikki verið so.« (Matt 19:3 og 8). Hann vísti teimum aftur til teir vælsignaðu dagar í Eden, tá Gud segði, at alt »var sera gott.« Tað var hjúnabandið og sabbaturin, hesir tvíburðar í stovnan, sum í teirra uppruna eru til Guds æru og at gagna mannaættini. Tá skaparin her lat eitt par geva hvørjum øðrum hond sum hjúnafelagir, við tað at hann segði: »Tí fer maðurin frá faðir og móðir og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.« (1 Mós 2:24), Her kunngjørdi hann hjúnabandslógina fyri øll Adams børn til tíðarenda. Tað, sum hin ævigi Faðir sjálvur hevur yvirlýst fyri at vera gott, var ein lóg, sum hevði hægstu signing og hægstu menning til endamáls.

55. Eins og allar góðu gávur Guds, sum litnar eru okkum í hendi, er eisini hjúnabandið spilt av syndini. Men tað er endamál í gleðiboðskapinum at endurstovna reinleikan og vakurleikan. Bæði í Gamla- og í Nýggjatestamenti verður hjúnabandið nýtt til eina lýsing av tí inniliga og heilaga sambandinum ímillum Kristus og fólk hansara, tey endurloystu, sum hann hevur keypt við ofrinum á Golgata. »Óttast ikki« sigur hann, »skapari tín er tín ektamaður – Harrin Gud herskara er navn hansara – og hin heilagi Ísraels er loysnari tín.« ... »Komið aftur, tit fráfalnu børn! – sigur Harrin; tí Eg eri Harri tykkara.« ... I »sangi sanganna« ... hoyra vit røddina á brúðrini, tá ið hon sigur: »Vinur mín er mín, og eg eri hansara, sum røktar fylgi sítt ímillum liljur.« ... og »hann ber av tíggjutúsund«, og sigur við sína kjósaðu: »Tú ert vøkur øll sum tú ert, elskaða mín, á tær er einki lýti!« (Es 54:4-5; Jer 3:14; Há 2:16 og 5:10, eldri týðing: 4:7)

Tá Paulus í seinni tíð skrivaði til tey kristnu í Efesus, segði hann, at Harrin hevur sett mannin at vera kvinnunar høvur, fyri at hann skal vera verjin, tað band, sum bindur limirnar í familjuni saman, eins og Kristus er samkomunnar høvur, og tann andaligi frelsarin til likamið. Tí segði hann: »Ja, eins og samkoman er Kristusi undirgivin, so skulu eisini konurnar í øllum vera monnum sínum undirgivnar. Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana, fyri at Hann kundi halga og reinsa hana við vatnbaðnum í orðinum, so Hann sjálvur kundi leiða samkomuna fram fyri Seg í dýrd, uttan plett, rukku ella nakað slíkt, nei, at hon kundi vera heiløg og lýtaleys! Soleiðis eru menninir bundnir at elska konur sínar sum síni egnu likam; tann, ið elskar konu sína, elskar seg sjálvan.« (Ef 5:24-28).

Náði Krists og einki annað kann gera hesa innseting til tað, sum Gud hevði ætlað hana at vera: Eitt amboð til signing og hevjan av menniskjum. Soleiðis kunnu jarðisku familjurnar hvør sær í friði og kærleika vera ein framseting av hini himmalsku familjuni.

Nú eins og á Kristi tíð er støða samfelagsins bert ein døpur mynd av hugmáli (ideali) himmals til heilagt hjúnalag. Men Kristi gleðiboð veita ugga til tey, ið møttu beiskleikum og vónbrotum, har tey høvdu vónað felagsskap og gleði. Tað tol og mildni, sum andi hansara boðar, vil lætta um hina beisku lagnu. Hjartaði, sum Kristus býr í, vil vera so fult og nøgt við hansara kærleika, at tað ikki vil uppetast av longsli eftir sjálvt at verða mál fyri samhuga og gáa. Og tá ið ein sál er yvirgivin til Gud, tá kann hansara vísdómur gera tað, sum fyri mannavísi er ógjørlig. Við opinbering av náðini fara hjørtu, sum einaferð vóru líkasæl ella fremmand fyri talsmannin, at kunna tengjast við bondum, sum eru fastari og sterkari enn nakað jarðiskt band. Tað eru teir gyltu snórar av reinum kærleika, sum altíð halda uttan at slitna, tá ið teir verða royndir.

»Tit skulu als ikki svørja« (Matt 5:34)
Orsøkin til hetta forboð greinast: Tú mást ikki svørja »um himmalin« tí hann er hásæti Guds, ei heldur um jørðina, tí hon er fótaskammul hansara ella við »Jerúsalem«, tí hann er »staður hins stóra kongs.« Tú mást heldur ikki svørja um høvd títt, tí tú fært ikki gjørt hár hvítt ella svart.

Alt kemur frá Gudi. Vit hava einki, sum ikki er fingið. Og hvat meira er: Vit hava einki, sum ikki er keypt okkum við Krists. Alt vit eiga kemur til okkum merkt við krossins stempli, keypt við tí blóði, sum er so dýrabart at tað ikki útroknast, tí tað er Gudi líkum. Tí er einki til, sum vit hava rætt til at seta sum egna trygd til at kunna eftirliva orðum okkara.

Eftir jødafatan var triðja boð eitt forboð at siga Guds navn í fáfongd. Men teir hildu seg eiga fullan rætt til at nýta aðrar eiðir. At geva eið var vanligt hjá teimum. Við Mósesi varð bannað at svørja rangan eið. Hesum høvdu teir tó funnið útvegir fyri, so at teir kundu sleppa undan átiknum skyldum undir eiði. Teir bóru ikki ótta fyri at gera seg sekar í tí, sum í veruleika var vanheiløg tala, eins og teir ikki viku aftur fyri mened, følskum ella skaðandi eiði, tá ið hesin bara kundi krógvast við onkrari snúgvan undan lógini.

Jesus dómfeldi teirra framferð og yvirlýsti siðvenjur at geva eið sum eitt brot á Guds boð. Frelsari okkara noktaði okkum ikki at siga rættsliga eið, har fólk hátíðarliga taka Gud til vitni um, at tað ein sigur, ikki er annað enn tann reini sannleikin. Jesus sjálvur noktaði ikki fyri at geva vitnisburð undir eiði, tá ið Ráðið avhoyrdi hann: Høvuðspresturin segði við hann: »Eg taki teg í eið um hin livandi Gud, at Tú sigur okkum, um Tú ert Kristus, Sonur Guds« og Jesus svaraði: »Tú hevur sagt tað. Tó, Eg sigi tykkum: Hereftir skulu tit síggja Menniskjasonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma á skýggjum himmalsins.« (Matt 26:63-64). Um Jesus í síni fjallaprædiku hevði avsagt rættareiðir, tá vildi hann undir avhoyringini harta høvuðsprestin og soleiðis til gagns fyri sínar áhoyrarar lagt áherðslu á sína egnu læru.

Mong eru, sum ikki óttast fyri at snýta síni medmenniskju; men tey hava lært, tí Andi Guds hevur prentað tað í sinnið, at tað er ræðuligt at lúgva fyri skaparinum. Tá ið tey verða tikin í eið, er tað ásannan av, at tey ikki einans geva vitnisburð fyri monnum, men eisini fyri Gudi, og at tey, um tey svørja falska eið, eisini gera tað ímóti honum, sum sær inn í hjørtuni, og kennir tann veruliga sannleikan. Kunnleiki til teir ræðuligu revsidómar, sum hendan synd hevur borið við sær, eigur eina tálmandi ávirkan.

Um nakar er, ið við góðari grund kann vitna undir eiði, so er tað júst tann kristni. Hann livir støðugt fyri ásjón Guds og veit, at hvør tanki liggur víðopin fyri eygum hansara, og at vit skulu standa til svars fyri honum. Tá ið vit á lógligan hátt krevjast av honum (sivilur rættur), ger viðkomandi rætt í at taka Gud til vitni um, at tað hann sigur ikki er annað enn tann reini sannleikin.

Jesus legði víðari áherðslu á eina grundreglu, sum vildi gjørt at taka í eið óneyðugt. Hann lærdi, at tann neyvi sannleikin eigur at vera ein lóg í allari talu. »Nei, tala tykkara skal vera: Ja, ja, nei, nei, og tað, sum meira er enn hetta, er av hinum illa« .(Matt 5:37).

Hesi orð fordøma øll einkisigandi orð og ífyllur, sum liggja uppat vanhalgari talu. Tey fordøma følsk føgur orð (sosum tóm kompliment), uttanumtos av sannleika, smikrandi máliskir, frasir, yvirdrívan og tær í handli so nógv nýttu framberingar, vanligar í sínámillum tingingum í handilslívinum. Tey læra okkum, at tann, sum roynir at geva onkrum (ella sær) útsjóndina av at vera nakað, sum hann ikki er, ella hvørs orð ikki siga tað, sum hann veruliga meinar av hjarta, so kann hann ikki vera kallaður sannorðaður.

Varð fyrilit tikið fyri hesum Kristi orðum, hevði tað mangan fyribyrgt fráboðan av óndum mistankum, óvinaligum ummælum og ákoyringum; tí hvør kann, tá ið hann úttalar seg um gerð og motiv annara, vera heilt vísur í at hann so púra neyvt sigur sannleikan? Hvussu ofta hendir tað ikki, at hugmóðin, ovurhugurin ella eitt persónligt agg litar eina útsøgn? Eitt eygnakast, eitt orð ella bara eitt tónafall kann vera avsendarin til ein falskleika. Ja, enntá hátturin at framleggja fakta kann gerast á ein slíkan hátt, at eftir eina slíka framløgu liggur eitt falst árin eftir. »Ja, ja, nei, nei, og tað, sum er út um tað, er av tí illa!« (Matt 5:37)

Alt tað, sum ein kristin ger, skal vera gjøgnumskygt sum sólskinið. Sannleikin er frá Gudi. Men undandráttir er í sínum óteljandi sniðum í hvørjum einasta føri frá Djevlinum. Og ein og hvør, sum í onkrum máli víkir frá sannleikans reina vegi, svíkir seg sjálvan inn í vald hins ónda. At siga tann reina sannleikan er tó eingin løtt søk. Vit kunnu ikki siga sannleikan, uttan so at vit kenna sannleikan; og hvussu ofta er tað ikki støðan, at fordóms hugsanir, innari dómur, manglandi kunnleiki og ein órøtt meting forðar einum í heilt røttum forstáilsi av viðurskiftunum, sum vit hava við at gera? Vit duga ikki at tosa sannleikan, uttan so at okkara tankar støðugt eri leiddir av honum, sum er sannleikin.

Ígjøgnum Paulus boðar Kristus okkum: »Tala tykkara veri altíð dámlig, krydda við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum« ... »Eingin ólíklig tala komi tykkum av munni, nei, slík, sum góð er til uppbygging, sum nú tørvar, so tey sum hoyra, kunnu fáa náði av henni.« (Kol 4:6; Ef 4:29). Ljósið frá hesum bíbilørindunum lærir okkum, at Kristi orð á fjallinum avsiga alt ljøtt skemt, fjas og fúla talu. Tey krevja ikki einans, at orð okkara altíð skulu vera sonn, men eisini, at tey altíð skulu vera rein.

Tey, sum lærd eru av Kristusi, vilja ikki »hava samfelag við verk myrkursins«. Í talu sum atferð vilja tey vera einføld, líkafram og sonn, tí tey fyrireika seg til samfelagið við tey heilagu, í hvørs munni ikki var »funnin lygn«. (Ef 5:11: Op 14:5).

»Men Eg sigi tykkum, at tit skulu ikki seta tykkum ímóti hinum illa; nei, slær onkur teg undir høgra vanga, so vend honum hin við!« (Matt 5:39)
Fyri jødar var samveran við hersetingarvaldið altíð ein kelda til forsyndan. Herdeildir vóru staðsettar ymsastaðni í Júdeu og Galilæa, og tá ið teir møttu teimum, vórðu teir altíð ámintir um ta eyðmýktu tjóðarstøðuna. Við beiskum sinni hoyrdu teir hørðu lúðraljóðini, tá ið teir upplivdu herdeildir savna seg undir rómverskum merkjum og boyggja seg at æra tey. Har vóru ofta samanbrestir, sum gjørdi sítt til at økja tað javnt valdandi hatrið.

Tá ið rómverskur yvirmaður við deild í skundi fór úr stað í annað, var vanligt, at teir tóku jødiskar bøndur, ið arbeiddu á akrinum, og noyddu teir til at bera byrðar upp um fjøll ella at gera aðrar tørvandi tænastur fyri seg. Hetta var við rómverskari lóg siðvenja, og mótstøða gav háðandi orð ella grimdir, ið verri vóru fyri teir. Longsulin eftir at smoyggja sær av við rómverska okið vaks dag um dag í hjørtunum. Serliga ímillum óttaleysar og væl vaksnu galilæarar var uppreistrarandin stórur. Havnabýurin Kapernaum var eitt sæti við hernaðarstøð, og eisini tá Jesus var farin undir at læra, minti sjónin av rómverskari deild áhoyrarnir um hesa nýggja eyðmýking av Ísrael. Fólk hugdu íðin uppá Jesus í vónini um, at tað var hann, sum skuldi eyðmýkja tað hugmóðiga rómverska avaldið.

Í sorg leit Jesus at uppvendu andlitunum fyri sær. Hann sá hevndarhugin við sínum óndu árinum á tey og hann visti, hvussu inniliga fólk longdust eftir at knúsa sínar kúgandi valdsharrar. Syrgin mælti hann, at: »tit mugu ikki seta tykkum upp ímóti teimum, sum gera tykkum ilt, men um onkur slær tá á høgra kjálkan, so vend honum eisini hin vangan til!«

Hesi orð vóru bert ein endurtøka av læruni úr Gamla Testamenti. Tað er satt, at reglan: »Eyga fyri eyga og tonn fyri tonn,« var ein áseting í lógum, sum vórðu givnar við Mósesi; men tað var ein sivil áseting. Eingin hevur rætt til sjálvur at hevna seg, tí fólk áttu orð Harrans: »Sig ikki: Eg skal løna ilt við illum.« ... »Sig ikki: Sum hann hevur gjørt við meg, skal eg gera við hann.« ... »Fellir tín fíggindi, gleð teg ikki.« ... »Svøltar tín fíggindi, so gev honum at eta, tystar hann, gev honum at drekka.« (3 Mós 24:20; Orðt 20:22; 24:29).

Alt Jesu lív á jørð var ein opinbering av hesum grundreglum. Tað var fyri at veita lívsins breyð til sínar fíggindar, at Frelsarin fór úr sínum himmalska heimi. Hóast hann frá krubbu til grøv varð útspiltur, bakbitin og forfylgdur, so førdi alt hetta fyri hann einans til orð og gerðir í fyrigevandi kærleika. Um profegin Esajas sigur Harrin: »Bak mítt beyð Eg teimum, sum slógu, og kinnar Mínar teimum, sum royttu meg í skeggið; andlit Mítt fjaldi Eg ikki fyri háði og spýtti.« ... »Hann varð illa viðfarin, og Hann bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin – sum eitt lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, tá ið teir royta hann – Hann lat ikki upp munnin.« (Es 50:6; 53:7). Og frá krossi Golgatas ljóðar um allar øldir forbønin fyri sínum egnu drápsmonnum og vónarboðskapurin til tann doyggjandi ránsmannin.

Nærvera Faðirsins fevndi um Kristus, og einki rakti hann annað enn tað, sum óendaligi kærleikin vildi veita heiminum. Í hesum lá keldan til ugga Krists eins og okkara. Tann, sum fyltur er av Kristi anda, verður verandi í Kristusi. Mótburðurin ímóti hesum persóni fellir aftur á frelsarin, sum er um hann við nærveruni. Alt, sum møtir honum, kemur frá Kristusi. Hann hevur ikki brúk fyri at seta seg upp ímóti tí ónda, tí Kristus er verja hansara. Einki fær nortið við hann uttan við Harrans loyvi; og »vit vita, at alt«, sum soleiðis verður loyvt, »samvirkar teimum til góða, sum elska Gud,« ... og »Sanniliga sigi Eg tykkum: Tað, sum tit hava gjørt einum av hesum minstu brøðrum Mínum, hava tit gjørt ímóti Mær.« (Róm 8:28; Matt 25:40).

»Vil onkur saksøkja teg og taka kyrtil tín, so lat hann fáa kappan við! Og noyðir onkur teg at ganga eina míl við sær, so gakk tvær við honum!« (Matt 5:40-41).
Jesus beyð lærusveinunum, at teir ístaðin fyri at fara ímóti krøvum myndugleikanna, skuldu gera enn meira enn hann forlangaði av teimum, og at teir í størsta vavi skuldi útinna eina og hvørja skyldu, enntá um hon fór yvir um mørk í lógum landsins. Lógin, sum varð givin við Mósesi, álegði eitt nærlagt fyrilit til tey fátæku. Tá ið ein fátækur maður setti sín hátíðarklædning í pant, ella lat hann inn sum trygd fyri skuld, so var ikki loyvt kravánara at fara inn í húsið fyri at taka tað, sum hann átti aftur. Hann skuldi bíða í túninum til pantið varð borið út, og undir øllum umstøðum skuldi tað berast aftur til eigaran innan sólin setti. (5 Mós 24:10-13; 15:7-8).

Á Kristusar tíð var lítið fyrilit við slíkum mildum skipanum; men Jesus lærdi lærusveinar, at teir skuldu akta avgerðir frá rættinum, og eisini, hóast at hesin kravdi meira enn hann hevði rættin til eftir Mósi lóg. Um kravið møguliga gekk út uppá at lata frá sær ein part av klædningi, so skuldu teir boyggja seg fyri tí. Ja, teir skuldu enntá geva kravánarinum alt tað, ið tilkom honum og um neyðugt lata meira enn rætturin gav honum myndugleika til at yvirtaka. Og »um nakar vil stevna teg fyri rættin og taka kyrtil tín,« segði hann, »so lat hann taka kappan við!« Og um boðberin forlangar teg at ganga eina míl við sær, so gang tvær míl við honum.

Jesus legði aftrat: »Gev tí, sum biður teg, og vend tær ikki vekk frá tí, sum vil læna frá tær.« Hendan undirvísing varð eisini lærd av Mósesi: »Tá ið ein fátækur er hjá tær, ein av brøðrum tínum í onkrum av býunum í landinum, sum Harrin Gud gevur tær, mást tú ikki vera harðhjartaður og lata hondina aftur fyri fátæka bróður tínum« (5 Mós 15:7-8). Hesi skriftstøð greiða tankan við orðum frelsarans. Kristus lærir ikki, at ein uttan mun skal geva olmussur til ein og hvønn, sum biðjur um slíka, men hann sigur: »Tú skalt opna hondina, og læna honum, tað honum manglar.« Og tað skal vera gáva heldur enn eitt lán, tí vit skulu læna »uttan at vænta nakað aftur!« (Luk 6:35)

»Elskið fíggindar tykkara.«
Frelsarin lærdi: Setið tykkum ikki ímóti tí, sum er óndur! Hetta var ein hørð tala fyri hevndartystar jødar sum knurraðu sínámillum. Men Jesus kom við enn sterkari útsøgn:

»Tit hava hoyrt sagt: Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín. Men eg sigi tykkum: Elskið tykkara fíggindar, vælsignið tey, sum forbanna tykkum, gerið væl ímóti teimum, sum hata tykkum, og biðið fyri teimum, ið forfylgja tykkum, so at tit kunnu verða børn himmalska Faðirs tykkara.« (Matt 5:44)

Soleiðis var lógarandin, sum rabbinarar skeivt høvdu tulkað til eina røð av køldum og strongum krøvum. Teir sóu seg sjálvar at vera betri enn onnur, og hildu seg sum føddar ísraelittar at hava serligan rætt til Guds serliga tokka; men Jesus umtalaði eitt kærleiksins fyrigevandi sinnalag sum tað, ið kundi prógva, at tey handlaðu út frá hægri orsøkum enn tollarar og syndarar, sum teir vanvirdu.

Hann vísti áhoyrunum á alheims drottin undir nýggja navninum: »Faðir Vár.« Hann vildi fáa fólk at skilja, hvørjar inniligar kenslur Gud hevði fyri teimum í hjarta. Hann lærdi at Gud hevur umsorgans nærlagni fyri hvørji einastu glataðu sál, og »sum faðir ger miskunn ímóti børnum sínum, so ger Harrin miskunn móti teimum, ið óttast hann.« (Sl 103:13). Eingin onnur trúgv enn Bíbliunnar hevur nakrantíð givið heiminum eina slíka mynd av Gudi. Heiðinskapir læra fólk at síggja ta hægstu veruna við ótta, ikki kærleiksfulla, men sum óndsinnaðan guddóm til at nøkta við ofringum, heldur enn sum ein faðir, ið oysir sínar kærleiksgávur út á síni børn. Enntá ísraelittar vóru blivnir so blindir um profetanna dýrabaru læru um Gud, at hesar opinberingar av hansara faðirkærleika nú sóust sum eitt nýtt evni og ein nýggj gáva til heimin.

Jødar flestir tvíhildu um at Gud elskaði teir, sum tæntu honum eftir teirra hugsan, slíkum, sum hildu krøv rabbinara og at allur heimurin annars var málevni til vreiði og forbanning. Men soleiðis eri viðurskiftini ikki. Jesus segði at allur heimurin, tey óndu og tey góðu, liggja undir hansara kærleiks sólskini. Hendan sannleika áttu tey at lært av sjálvari náttúruni, tí Gud »letur sólina rísa yvir bæði ónd og góð og letur tað regna á bæði rættvís og órættvís.«

Tað er ikki av íbúgvandi mátti, at jørðin støðugt gevur frá sær ríkidømir og gongur sína leið um sólina. Tað er hond Guds sum leiðir gongustjørnur og klótur á sínum plássum og á væl skipaðu ferðum í himmalrúminum. Tað er av mátti hansara at summar, vetur, vár og heyst eru, umframt at dagur og nátt er í regluligari raðfylgju. Tað var við orði hansara at planturíkið floreraði, at bløð á trøunum komu til sjóndar, og at blómur vuksu. Ein og hvør góð gáva, sum vit hava, hvør einasta sólstrála og hvørt æl, hvør breybiti og hvør ein løta av lívi okkara er ein kærleiksgáva.

Ímeðan vit ikki enn elskaðu og vóru óunnilig, ódámlig og hatandi vára millum, tá hevði okkara himmalski Faðir miskunn við okkum: »Tá ið góðska Guds, Frelsara okkara, og kærleiki Hansara til menniskju varð opinberaður, frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísisverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni ....« (Titus 3:3-5). Tá ið vit taka ímóti kærleikanum, fer hann á líknandi hátt at gera okkum vinalig og blíð við tey, sum annars ikki fella í okkara smakk, men eisini ímóti lýtafullum, vilstum og syndigum menniskjum.

Guds børn eru fólk, sum hava lut í hansara náttúru. Tað er ikki eitt jarðiskt tignaðarstig ella serlig ættkoma, ei heldur ein tjóðskapur ella trúarfyrimunir til samkomu, sum prógvar, at vit eru limir í familju Guds, men kærleikin, sum fevnir um alla mannaættina. Enntá syndarar, hvørs hjørtu ikki heilt eru afturlatin fyri Anda Guds, vilja lata seg ávirka av vinsemi. Eins og tey kunnu afturløna hatri, vilja tey eisini kunna afturløna kærleikan við kærleika. Men tað er Andi Guds, sum veitir kærleika at geva aftur fyri hatur. At vera vinarligur ímóti ótakksamum og óndum, at gera tað góða og ikki at vænta nakað aftur, er eitt teknið um eina himmalska kongatign, og trygga eyðkenni, ið børn hins hægsta vísa høga tign við.

»Verið tí tit fullkomin, eins og himmalski faðir tykkara er fullkomin.«
Orðið »tá« bendir á niðurstøður, sum ein fær úr onkrum, sum fyrr er sagt. Jesus hevði fyri lýst Guds holla kærleika, og álegði teimum at vera fullkomin. Tí himmalski Faðir tykkara »er góður móti hinum ótakksomu og óndu.« (Luk 6:35). Av tí at hann hevur boygt seg niður fyri at lyfta tykkum upp, segði Jesus, kunnu tit koma til at líkjast honum í lyndi og at standa ólastandi fyri eygum manna og eingla.

Undir náðini eru treytirnar fyri ævigum lívi júst tær, sum tær vóru í Eden: fullkomið rættvísi, samsvar við Gud í fullari eftirlivan av grundreglunum í lóg hansara. Støðið til lyndið, sum Gamlatestamenti vísir, er tað sama sum Nýggjatestamenti lærir. Hetta ideal er ikki nakað, sum vit ikki kunnu røkka. Í hvørjum boði ella áleggjan frá Gudi er eitt serliga avgjørt lyfti, sum liggur til grund fyri boðnum. Gud hevur gjørt tað soleiðis, at vit kunnu gerast honum lík, og hetta vil hann gera til veruleika fyri øll, sum seta seg ímóti sínum egna spilta vilja, sum ger náðina til einkis.

Gud hevur elskað okkum við ólýsandi kærleika, og okkara vaknar so líðandi tá ið vit skilja longdina, breiddina, dýbdina og hæddina av hesum kærleika, sum er yvir alla fatan. Við opinbering av dragandi yndi Krists og í sannan av kærleikanum til okkum, sum hann sýndi ímeðan vit enn vóru syndarar, tiðnar og noyðist tað harða hjarta at batna, og syndarin broytist at verða til eitt himmalst barn. Gud nýtir ikki noyðslu. Kærleikin er ein miðil og amboð, sum hann nýtar til at reka syndina úr hjartanum. Við honum broytir hann hugmóð til eyðmjúkleika, fíggindskap og vantrúgv til kærleika og trúgv.

Møðsamt høvdu jødarnir strevað fyri at náa fullkomni við eginstrevan uttan at eydnast. Kristus hevði longu sagt, at teirra rættvísi ikki slapp í ríki himmals. Nú vísir hann teimum ta rættvísi, sum øll í Himli fara at megna. Í Fjallaprædikuni lýsir hann tess fruktir og ávísir við fáum orðum upphav og náttúru tess: Verið fullkomin, eins og Gud er fullkomin! Lógin er einans ein avskrift av lyndi Guds. Síggið í himmalska Faðir tykkara opinberingina av leiðreglunum, sum eru grundarlagið undir stjórn hansara.

Gud er kærleiki. Eins og ljósstrálur koma frá sólini, so streymar kærleiki, ljós og gleði frá honum til allar skapningar hansara. Tað at geva er náttúra hansara. Enntá lív hansara er ein áhaldandi útstrálan av ósjálvsøknum kærleika.

Hann sigur við okkum, at vit skulu vera fullkomin, eins og hann er fullkomin, og vera tað á sama hátt. Vit skulu vera kelda til ljós og vælsigning í okkara lítla skara eins og hann er tað fyri allan heimin. Í okkum sjálvum eru vit einki, men hansara kærleiks ljós skínur á okkum, og vit skulu tí vera endurskin av tí ljóminum. Góð í kraft av tí góðsku, sum vit læna frá honum, kunnu vit verða fullkomin á egna øki, eins og Gud er fullkomin á sínum.

Jesus segði: verið fullkomin eins og Faðir tykkara er fullkomin. Um tit eru Guds børn hava tit lut í náttúru hansara, og tit kunnu ikki annað enn líkjast honum. Eitt og hvørt barn livur við lívi faðirs síns. Um tit eru Guds børn, føddir av anda hansara, tá liva tit við lívi hansara. Í Kristusi býr “øll fylling Guddómsins likamliga,” og Jesu lív opinberast í “okkara deyðiliga holdi”. Hetta lív í tykkum vil fáa fram tað sama lyndi og opinbera tær somu gerðirnar, sum virkaðust í og við honum. Soleiðis vil trúgvin vera í samsvari við øll boðini í lóg hansara; tí »Harrans lóg er fullkomin, og hon lívgar sálina.« Við kærleikanum verða »krøv lógarinnar ... fullgjørd í okkum.« (Kol 2:9; 2 Kor 4:11; Sl 19:8; Róm 8:4).