Við Meistarinum á fjallinum kapitel 4. Fra side 79 | tilbage |
Kristusar orð á fjallinum skuldu lýsa tað, sum hansara lív í tí stilla hevði vitnað, men sum fólk ikki skiltu. Tey fataðu ikki hví hann ikki nýtti sítt stóra vald til at tryggja sær hin besta góðgrip eftir hvat tey hildu. Andi og motiv teirra vóru øvut hansara. Ímeðan tey góvu seg út fyri at vera álvarsom í lógartign, var tað eittans strevan við sjálvsdýrkan. Jesus ynskti at gera teimum greitt, at tann, sum elskar sítt egna meg, er ein lógbrótari. Mest fagnaðu grundreglur hjá farisearunum vóru slíkar, sum altíð hava eyðkent fólk. Andin í farisearismuni var náttúrunar mansandi. Og nú Frelsarin ávísti tað øvuta í sínum anda av anda rabbinaranna við teirru framferð, gerst læra Frelsarans tíðarleys. Á Kristi døgum royndu farisearar alla tíðina at fáa Guds tokka fyri at tryggja sær verðsliga æru og framburð, sum teir roknaðu gudsóttans løn. Samtíðis settu teir sínar vælgerðir til skoðan, fyri at gera fólk varug við tær, og soleiðis fáa sær eitt gott umdømi í heilagleika. Jesus hartandi teirra reyp og yvirlýsti, at Gud viðurkennur ikki slíka tænastu, og at tann smikur og hámeting frá fólkinum, sum teir so ídnir leitaðu eftir, var øll lønin sum teir yvirhøvur nakrantíð vildu fáa. »Tá ið tú gevur olmussu,« ...segði hann, »lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger - fyri at olmussa tín kann vera í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær« (Matt 6:2-4). Egnu orð Krists siga hansara hugsan, nevniliga at ætlanin við góðum gerðum ikki eigur at vera at vinna sær rós og heiður frá menniskjum. Sannur gudsótti leiðir ongantíð til strevan eftir at seta seg sjálvan fram. Tey, sum dreggja eftir rósi og smikri, og síðani njóta hesi herðaklappini sum eitt góðgæti, eru einans kristin av navni. Við sínum góðu gerðum skulu Kristi fylgjarar ikki bera æruna á seg sjálvan, men til hann, við hvørs náði og kraft tey hava gjørt okkurt. Tað er við Andans hjálp, at hvør góð gerð verður int, og Andin er ikki givin til at æru móttakarin, men til hin guddómliga gevarin. Tá Kristi ljós skínur úr sálini, fyllast varrar við príslovan og takksigan til Gud. Tínar bønir, tínar skyldir, tínar vælgerðir og sjálvsavnoktan vil ikki var eitt evni í tonkunum ella í hvat tala snýr seg um. Jesus vil vera lyftur, og títt egna eg fer í skuggan. Kristus vil opinberast sum alt í øllum. Gávur skulu vera falsleysar, og okkara góðu gerðir skulu ikki útstillast, men gevast av miskunn og kærleika til tey, sum líða ilt. Ein sannur vilji í hjartans góðsku er grundarlagið fyri gerðum, sum í eygum Guds eru dýrabarari enn Ofirs gull. Vit skulu ikki hugsa um lønina, men um ta tænastu, sum vit kunnu gera. Tó vil ein góð gerð, ið komin er fyri dagin í hesum anda, ikki missa sína løn. »Faðir tín. sum sær í loyndum, skal løna tær.« Tað er satt, at Gud sjálvur er tann stóra lønin, sum yvirtrumfar alla aðra løn; men sálin vil ikki kunna fáa hana fyrrenn ein kann gleðast við honum, tí hon kemur inn í lyndið. Einans beint kann meta um beint. Tað er, tá ið vit yvirgeva okkum til Gud fyri at tæna øðrum, at hann tá gevur seg sjálvan til okkara. Hetta er stórt! Eingin fær í egnum hjarta og í sínum lívi rúmað Guds flóðaldum av vælsigningum, ið streyma út til onnur, uttan sjálvur at fáa eina rík løn samtundis. Tær líðir og lónir, sum samla vatn til áir úr fjøllum, til so at savna seg í stóráir í havið, missa einki við tí. Tað, sum hesar líðir og lónir lata víðari, endurskapast hundraðfaldað; tí ímeðan løkurin fer tutlandi í sínum egna sjongi, gevur hann frá sær gávur til fruktbari og góðar vøkstir. Grasið á bakkanum fær grønari lit, og trøðini standa meiri spelkin. Eisini er stórt ríkidømi av blómum. Tá ið vøllurin um summari liggur nakin og brúnur undir tí brennandi hita, er áarløkurin eyðkendur við sínum grøna belti, ímeðan slættin, sum lat seg upp at bera fjallanna virðir út í havið, nú liggur við einum frískleika og vakurleika í løn, sum Guds náði gevur øllum, sum halga seg til hesa uppgávur, ið tað er at umsita hesar útrennandi streymar frá Gudi til heimin. Hetta vælsignar tey, sum inna miskunn ímóti teimum fátæku. Profeturin Esajas sigur: »Er hetta ikki føstan, ið Mær líkar ... at tú gevur hinum svanga burtur av breyði tínum, hýsir heimleysum neyðardýrum, og klæðir hin nakna, ið tú sært, og vendir ikki tí bakið, sum er títt egna hold! Tá skal ljós títt renna upp sum morgunroðin, tá skulu sár tíni skjótt vera grødd ... Harrin skal altíð leiða teg, metta teg mitt í oyðimørkini ... tú skalt verða sum vatnríkur urtagarður, sum kelduspring, ið aldri tornar upp.« (Es 58:6-11). Vælgerð ber dupulta signing. Ímeðan tann, sum gevur til treingjandi vælsignar onnur, so vælsignast eisini hann sjálvur í enn størri mun. Náði Krists í sálini mennir eitt karakterlyndi, sum er øvut av teimum egoistisku eginleikum, og ger lívið vakrari, hásintari og ríkari. Blíðar og vinaligar gerðir, sum verða gjørdar í tí stilla, knýta hjørtu saman og draga tey nærri til hansara hjarta, haðan hvørt gott hugskot er komið. Tann lítli ansur og smáu gerðir, sum koma av kærleika og sjálvsuppofran, renna úr lívinum eins og friðarligur angi frá blómum, sum standa fyri ikki ótýðandi parti av lívsins signingum og eydnu. Og tað fer einaferð at vísa seg, at sjálvsavnoktan fyri annara besta og eydnu, og eisini við teimum minstu tingum, sum her niðri ikki verður gáað nógv um, vilja viðurkennast í Himli sum tekin um góða samveru við hann, dýrdarkongin, sum var ríkur, men fyri okkara skuld gjørdist fátækur. Góðgerðir gerast kanska í tí stilla, men árinini, so koma á innarans lyndi, fjalast ikki. Um ein arbeiðir av fullum og óbýttum huga sum Kristi eftirfylgjari, vilja hjørtuni vera í neyvum samlag við Gud. Andin, sum virkar á anda okkara, vil við tí guddómligu hjáveruni bera heilagt samljóð inn í sálina. Hann, sum býtir út fleiri talentir til slík, sum framdu góða nýtslu av fyrr upp í hendur givnar gávur, er glaður fyri at sýna viðurkenning til trúgvandi børn í tænastuni hjá Guds elskaða soni, hvørs náði og kraft tey virkað undir. Tey, sum við at nýta síni evnir til tað góða, hava roynt at menna ein fult út kristnan verimáta, vilja í komandi heimi heysta tað, sum tey hava sáað. Tey verk, sum tey byrjaðu her, vilja røkka til sína fullfíggjan í tí hægra heilaga lívinum, sum varir um allar ævir. »Tá ið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir« (Matt 6:5). »Bið til Faðir tín, sum er í loyndum.« (Matt 6:6) Í bønarkamarinum, har eina Gud sær og hoyrir, kunnu vit útoysa okkara innastu ynskir og longslar til Faðirin, hvørs miskunn er óavmarkaður. Í stillum sálarfriði vil tann rødd, sum aldri ber seg undan at svara trongd frá menniskjum aftur, tala til okkara hjørtu. »Tí Harrin er náðiríkur og miskunnsamur.« Í ótroyttandi kærleika bíðar hann eftir at hoyra játtan teirra treisku, fyri at kunna góðtaka teirra ihran. Hann hyggur eftir um okkurt tekin er til takksemi hjá okkum, eins og móður leitar eftir einum viðurkennandi smíli hjá sínum elskaða barni. Hann ynskir at vit skulu skilja, hvønn inniligan eymleika hann kennir fyri okkum í sínum hjarta. Hann bjóðar okkum til at leggja okkara royndir inn fyri hansara samhuga, okkara sorgir fyri sín kærleika, sárini fyri hansara grøðing, tað veika fyri hansara styrki og okkara tómleika fyri hansara fyllu. Ongantíð er nakar komin til hann og er farin vónbrotin burtur. »Tey hugdu upp til Hansara – og lýstu av gleði, og andlit teirra rodnaðu aldri av skomm.« (Ják 5:11; Sl 34:6). Tey, sum søkja Gud í loyndum, og tala við Harran um sínar trongdir og biðja um hjálp, biðja hann ikki til fánýtis. »Faðir tín, sum sær í loyndum, skal løna tær.« (Matt 6:6). Tá vit gera Kristus til dagligan fylgisvein, vilja vit kenna okkum fult fevnd av máttinum í einum ósjónligum heimi, og lítandi á Jesus inntakast vit í mynd hansara. Vit broytast við skoðan. Lyndið gerst mildari, reinsast og góðskast fyrireikandi til himmalska ríki. Tann trygga avleiðingin av sambandinum við Harran, vil gerast ein økjandi gudsótti, reinføri og inniligheit. Bønir okkara verða økjandi vitbornar. Vit fáa eina guddómliga uppaling, sum gevur seg til kennar við einum lívi í ágrýtni og íðinskapi. Tann maður, sum dagliga leitar eftir hjálp í álvarsligari bøn, og biður um stuðul og kraft frá Gudi, hevur eitt hásint endamál, greið hugtøk um sannleikar, skyldir, og høg gerðarmál og ein støðugan hungur og tosta eftir rættvísi. Við at halda sambandið við Gud viðlíka, vilja vit eisini ímillum kenningar og onnur verða før fyri at flyta teimum hin sama frið og tær náðir, sum vit eiga. Styrkin, sum okkum ognast við bøn til Gud, saman við áhaldandi strevan at ala sinnið til umtanka og ansni, búgvir okkum til dagligar skyldir og varðveitir sálarfrið til øll viðurskiftir. Um vit halda okkum nær Gudi, fer hann at leggja okkum orð í munnin, sum vit kunnu tala fyri hann til hansara lovprísan. Hann vil læra okkum eina reglu av einglanna sangi, og takksigan til okkara himmalska Faðir. Undir øllum lívsins umstøðum fer íbúgvandi Frelsarans ljós og kærleiki at opinbera seg. Ytri órógv kunnu ikki ávirka hettar lívið, sum verður livað í trúnni á Guds son. Bøn er ikki sáttarmiðil til synd. Bøn eigur ikki í sær sjálvum megi ella vinning. Øll hesi vøkru orð, sum standa okkum til taks, uppviga ikki eina heilaga trá. Hinar mest væltalaðu bønir eru einans tóm orð, um tær ikki siga tær sannu kenslurnar úr hjartanum. Men tann bøn, sum kemur frá einum sannum hjarta og er eitt útlát frá sálarinnar veruligu trongd, eins og vit biðja ein jarðiskan vin um tænastu í væntan um, at hon vil verða eftirkomin. Hetta er trúarbønin. Gud tráar ikki eftir formellum kurteisligari prógvan; men eftir einum stillum rópið úr einum hjarta, sum er sundursorað og boygt niður undir kensluni av sínum stóra máttloysi, og tá finnur tað vegin til Faðir miskunnsins. »Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman, sum heidningarnir« (Matt 6:7) »Tá ið tit fasta, gangið tá ikki við myrkum andliti sum hyklararnir« (Matt 6:16) Ætlanin við føstuni, sum Gud eggjar til, er ikki at plága kroppin fyri syndir í sálini, men at hjálpa okkum at sanna hvussu álvarsom synd er, og tá at eyðmýkja hjartað fyri Gudi til at taka við fyrigevandi náði hansara. Boð hansara til Ísrael var: »Skræði sundur hjarta tykkara – ikki klæði tykkara – ja, vendið við til Harran, Gud tykkara!« (Jóel 2:13). Tað nyttar einki fyri okkum at angra ella at smikra við, at vit í okkara egnu gerðum kunnu eiga uppiborið ella keypa arvalut millum tey heiløgu. Tá man setti Jesus hendan spurning: »Hvat skulu vit gera, fyri at vit kunnu útinna verk Guds?« ....svaraði hann: »Hetta er verk Guds, at tit trúgva á tann, ið Hann hevur sent.« (Jóh 6:28-29). Umvending er tað, at ein vendir sær frá sínum egna og til Kristus; og tá ið vit móttaka hann, soleiðis at hann í trúnni kann liva í okkum, vilja góðar gerðir koma fyri dagin. Jesus segði: »Men táið tit fasta, gangið tá ikki við myrkum andliti sum hyklararnir« ... »Nei, tá ið tú fastar, salva tá høvd títt og vaska tær um andliti, fyri at ikki menniskju skulu síggja, at tú fastar, men bert Faðir tín, sum er í loyndum...« (Matt 6:16-18). Alt, sum gjørt verður til Guds æru, skal gerast við gleði, og ikki undir mistreysti og tungsinni. Tað er einki dapurt ella syrgiligt í Jesustrúnnu. Er tað soleiðis, at kristin onkustaðni við syrgnum og tungum andliti geva myndina av at vera vónbrotin av Harranum, tá stilla tey hansara lyndi í eitt skeivt ljós, og leggja tá próvgrundirnar í fíggindans hond. Hóast tey í munninum kunnu halda uppá, at Gud er teirra faðir, so vil teirra dapra ógleði og syrgni geva heiminum eina mynd av, at tey eru faðirleys. Kristus ynskir okkum at bera hansara tænastu fram á ein hugaligan hátt, so sum hon í veruleika er. Leggið fram sjálvsavnoktan og royndir hjartans fyri hin samkenslufulla Frelsarin. Latið byrðarnar verða liggjadi við fót krossins, og haldi fram á ferðina við frøi og gleði í hansara kærleika, sum var fyrstur at elska teg. Tað í tí hulda ímillum sálina og Gud, kemur kanska ikki fyri kunnleika manna, men fylgjan av andans ávirkan á hjarta vil gerast víðopin fyri øll, og fyri hann, sum sær í loyndum, og hann vil rinda tær í opinleika. »Savnið tykkum ikki skattir á jørðini« (Matt 6:19). Pengakærleiki var ráðandi hugurin í jødisku tíðsøldini. Verðsligheit tók gudsóttans og átrúnanas stað í sálum eins og í dag. Gramlig girnd eftir ríkidømi fær so hugtakandi og gandakenda ávirkan á lív og atburð, at tað háborna hjá fólki, snarast í menniskjaliga spillu, líka til tey drukna í glatan. Satans tænasta er full av ekka, hurluvasa og uppslítandi arbeiði, og skatturin, sum fólk stríðast við at dunga saman á foldum, varir einans stutt. Jesus segði: »Nei, savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn at stjala. Tí har sum skattur tín er, verður hjarta títt við.« (Matt 6:20-21). Áminningin ljóðar: »Samlið tykkum skattir í Himli.« (Matt 6:20). Tað er í teirra egna áhuga at tryggja sær himmalskar skattir. Av øllum tit hava, er tað hitt einasta, ið veruliga er tykkara. Skatturin í Himli er óforgeingiligur. Eingin eldur ella vatnflóð kann spilla hann, eingin tjóvur fær tikið hann og ei heldur kann mølur og rustur eta hann upp, tí hann er í Guds varðveitslu. Skatturin, sum Kristus metir ov dýrabaran til nakra útrokning, er »ríkur í dýrd arvur hansara.« ... »ímillum hini heiløgu.« Lærusveinar Krists eru nevndir gimsteinar, og hansara dýrabaru skattir. Hann sigur: »tey eru dýrir steinar í krúnu.« ... »Eg skal gera fólk sjaldsamari enn fínt gull og menniskju sjaldsamari enn gull úr Ofir.« Kristus sær síni børn í teirra reina fullkomni sum lønina fyri sínar líðingar, sína vanvirðing og sín kærleika; og sum fullkomingerðina av síni dýrd, hin stórsti miðdepil, haðani alt ljós strálar frá. (Ef 1:18; Zak 9:16; Es 13:12 úr enskari týðing). Okkum er vorðið loyvt at semja okkum við hann í tí stóra endurloysingarverki og at verða partur av ríkidøminum, sum vunnið er við líðing og deyða hansara. Ápostulin Paulus skrivaði til tey kristnu í Thessalónika: »Tí hvør er vón okkara, gleði okkara ella heiðurskransur okkara? – Eru ikki eisini tit tað fyri Harra okkara Jesusi í komu Hansara? Tit eru jú heiður og gleði okkara!« (1 Tess 2:19-20). Hetta er skatturin, sum Kristus bjóðar okkum at arbeiða fyri. At ogna okkum hansara lyndi er lívsins stóra endaúrslit. Hvørt orð og hvør gerð, sum við Kristi náði vil vekja himmalvenda tilstuðlan í bara eini sál, og hvør stremban, sum virkar tilgerð av einum Kristus-dámdum lyndi, er eitt átak, sum vil goyma ein skatt í Himli. Har skattur tín er, har er eisini hjarta títt. Undir hvørjari roynd at gagna øðrum, gagna vit eisni okkum sjálv. Hann, sum veitir pengar og tíð til útbreiðslu av gleðiboðunum, knýtir sítt egna áhugamál og bønir til tað verk og tær sálir, sum við hesum arbeiði røkkast; og kærleikin fevnir eisini út til onnur. Hann eggjast tá til størri gudslýdni og verður førur fyri at gera mest gjørligt fyri tey. Og á evsta degi, tá ið alt ríkidømi á jørð verður oytt, vil tann, sum hevur savnað sær skattir í himli, síggja, hvat vunnið er við lívi sínum. Um vit hava givið Kristi orðum gætur, vilja vit, tá ið vit savnast runt um ta stóru hvítu trónu, síggja sálir, sum vóru frelstar orsaka av okkara strevan, og fáa at vita, at hin eini hevur frelst aðrar, og hesir aftur onnur. (Einans Jesus frelsir, men tey hava verið Jesu amboð). Sum fruktina av okkara arbeiði, síggja vit stóran skara førdan inn í himmalin, har tey leggja sínar krúnur við føtur Jesusar og lovprísa honum í allar ævir, sum ikki fáa enda. Við hvørji gleði og frøi vil ikki ein Kristi arbeiðari lýta at hesum endurloystu, sum fingu sín lut í Loysnarans dýrd! Hvussu dýrabarur vil himmalin ikki verða fyri tey, sum í trúnni arbeiddu fyri sálanna frelsu. »Eru tit uppreist við Kristusi, so søkið tað, sum omanfyri er, har Kristus situr við høgru hond Guds.« (Kol 3:1). »Eygað er ljós likamsins; og er eyga títt fríkst, verður alt likam títt ljóst« (Matt 6:22) Men tá eygað gerst myrkt í sjálvsøkni, verður alt myrkt. Men verður eyga títt sjúkt, verður alt likam títt sjúkt. Tað var tað ræðuliga myrkrið, sum fjaldi jødarnar við stívrendu vantrúnni, og gjørdi tað ógjørligt fyri teir at meta um lyndi og misjón Kristusar, sum var komin at frelsa teir frá synd. Linligheit í freistingum byrjar við, at ein letur sinnið vingla og ikki stendur fastur í álitinum á Gudi. Um vit ikki velja fult og heilt at yvirgeva okkum til Gud, eru vit enn stødd í myrkri. Tá ið vit taka eitt ella annað fyrivarni, lata vit eina hurð verða standandi opna, har tað ónda kann koma inn at tøla og villa okkum við sínum freistingum. Hann veit, at um hann kann sløðra okkara sjón, soleiðis at trúareygað ikki sær Gud, og tá er eingin forðing eftir fyri syndini. Ein yvirhonds syndigur hugur avdúkar sálarblindni. Øll eftirgevan fyri hesum sterka lysti styrkir sálarinnar mótvilja ímóti Gudi. Við at ganga á tí gøtuni, sum Satan hevur lagt, verða vit umgird av óndskapsins skuggum, og hvørt fótafet leiðir okkum inn í eitt djúpari myrkur og økir um blindleika hjartans. Hin sama lógin í andaligu verðini geldur í náttúruni. Tann, sum altíð er í myrkri, vil at enda missa evnini til at síggja. Hann verður umgirdur av einum skugga, sum legst tættari enn myrkri á midnáttartíma, og sjálvt hitt klárasta middagsljós gevur honum einki ljós. Hann »er í myrkrinum og gongur í myrkri; og hann veit ikki, hvar hann fer, tí myrkrið hevur blindað eygu hansara.« (1 Jóh 2:11). Við stívnakkaður at halda fast við tað ónda og við vilja látast ikki at hoyra Guds kærleiksfulla kall, missur syndarin kærleikan til tað góða, missir longsul eftir Gudi og enntá sjálvt evnið til at taka ímóti ljósinum úr himli. Innbjóðingin í náði er framvegis full av kærleika, og ljósið lýsir eins bjart og fyrr, tá ið tað fyrstu ferð lýsti inn í sál hansara, men røddin ljóðar nú fyri deyvum oyrum, og ljósið fellir bert á blindaði eygu. Gud rýmir ikki frá nakrari sál med alla og letur hana ganga egnu vegir, so leingi at bert ein lítil vón er um, at viðkomandi kann verða frelstur. Tað eru vit, sum venda okkum frá Gudi, ikki Gud frá okkum. Vár himmalski Faðir fylgir okkum í kalli, ávaring og vissar um sína samkenslu líka til áhaldandi møguleikar og privilegiir vildu verið nyttuleys. Ábyrgdin er syndarans. Við at standa Anda Guds ímóti í dag, fyrireikar hannn seg til nýggja mótstøðu ímóti ljósinum, tá tað kemur við meira megi. Soleiðis gongur hann stig fyri stig í mótstøðu; til ljósið als onki árin eigur, og hann letur seg ikki á nakran hátt ávirka av Anda Guds. Tá fer eisini »tað ljós, sum í tær er,« at vera til myrkur. Eisini sannleikin, sum vit eru kunnig við, er vorðin so snaraður, at hann økir sálarinnar blindni. »Eingin kann tæna tveimum harrum« (Matt 6:24) Kristus sigur ikki, at fólk ikki koma ella skulu kunnu tæna tveimum harrum, men at tey fáa ikki. Guds áhugi er her, at Guds og Mammons áhugar hava ongan felagsskap. Her er einki samband við hvønn annan. Júst tá kristin samvitska eggjar ein at lata vera; áleggur honum at avnokta seg sjálvan, og sigur honum at steðga á, vil hin verðsligi áhugin fara um mark til at fylgja tí sjálvsøkna lyndinum. Øðrumegin markið stendur sjálvsavnoktandi eftirfylgjari Krists. Hinumegin finna vit ein, sum elskar heimin og fegin hugnar sær, hin mótasjúki, hin lættsinti og so víðari, sum válkar sær í forbodnari vælveru. Tí megin markið eigur ein kristin ikki at seta fótin. Eingin fær stilla seg uttanveltaðan; tí millumflokkur er eingin til hvørki at elska Gud ella at tæna fígginda rættvísins. Kristus skal liva í sínum fólkaumboðum, og virka um teirra evnir og handla við teirra orku. Teirra vilji má vera undirlagdur hansara vilja; og tey mugu virka í Anda hansara. Tá er tað ikki longur tey sum liva, men Kristus, sum livir í teimum. Tann, sum ikki letur seg heilt yvir til Gud, er undir øðrum valdi og lurtar eftir aðrari rødd, hvørs tala er av øðrvísi slag. Ein hálv tænasta stillar hann á fíggindans síðu sum dugnaligur hjálpari hjá myrkursins herskarum. Tá ið eitt menniskja gevur seg út fyri at vera Kristi stríðsmann, og fer í felag við ónda samling (forbund/felagsskap / kompromis í økumeni) og hjálpir til á teirra síðu, gerst framkoman til Kristi fíggindar. Hesi svíkja eitt heilagt arbeiði. Tey gerast millumliðir til Djevulin og teir sonnu stríðsmenn, so at fíggindin støðugt virkar um hesi umboð at rana hjørtu hjá Kristi sonnu stríðsmonnum. Ódygdanna sterkastu verjugarðar her á jørðini reisast ikki av siðloysinganna ónæriligu og syndigu lívum. Hin størsti skansin til ódygdar verjugarðar er lívið hjá teimum, sum ávísar vegir at síggja til eru gudsóttandi, heiðurlig og hásinnað, men tó halda fast við synd og vilja fylgja bara eini einastu ódygd. Hesin er til dømis ein, sum í tí hulda stríðist ímóti eini alla aðrari sterkari freisting og eltir bara eina ódygd og stendur vinglandi á uttastu eggini til avgrundina. Slíkt dømi er ein av sterkastu tilskundanum til synd. Tann, sum gongur við høgum hugtøkum til lívið, sannleika og rættskafni, men tó við vilja traðkar á boð Guds í heilagu lógini, hevur snarað sítt hásinta evni til eina dáran í synd. Góð evnir, talent, samhugi og enntá hásintar og vinaligar gerðir, kunnu gerast til amboð í Satans hondum til at lokka sálir niður í djúpastu spillir, bæði í hesum lívi og sum eitt árin fyri tað komandi. »Elskið ikki heimin, ei heldur tað, sum í heiminum er! Um onkur elskar heimin, er kærleiki Faðirsins ikki í honum. Tí alt, sum í heiminum er - lystir holdsins, lystir eygnanna og stoltleiki lívsins - er ikki av Faðirinum, men av heiminum.« (1 Jóh 2:15-16). »Stúrið ikki fyri lívi tykkara« (Matt 6:25). Jesus vísti sínum áhoyrarum til fuglarnar, ið uttan at stúra fagnast í lovprísandi látan: »tí teir sáa ikki og heysta ikki,« men tó syrgir Faðirin í himli fyri teirra tørvi. Og hann spyr: »Eru tit ikki mikið meira verdir enn teir?« Líðin og vøllurin lýsti upp við blómum, nú Jesus vísti á ta leskiligu morgundøggina, og segði: »Aktið eftir liljunum á markini, hvussu tær vaksa!« (Matt 6:28). Menniskjalig list kann framleiða eftirlíkning av plantum og blómum við yndisligum skapi og sartum dæmi; men hvør er førur fyri at geva teimum lívið og bara lív til eitt tað einasta blomstur ella eitt einasta grasstrá? Hvør blóma á vegaøkslini er vorðin til við hinum sama mátti, sum skapti stjørnuhimmalin har uppi í hæddini. Ígjøgnum alt skaparaverkið titrar ein og sami pulsur frá Guds stóra hjarta. Hond hansara klæðir blómur í bø og haga í klædningar, sum eru vakrari enn nakar kongabúni, ið hevur pyntað jarðiskan kong. Og »klæðir nú Gud so grasið á markini, sum stendur í dag og í morgin verður kastað í ovnin, skal hann tá ikki mikið meiri klæða tykkum, tit trúarveiku?« (Matt 6:30). Hann, sum sigur: »Hyggið at liljunum,« ...og »Hyggið at fuglunum,« er eisini hann, sum tilevnaði blómurnar og gav spurvunum sangin. Vakurleiki náttúrunar kann læra teg meira um Guds vísdóm, enn teir lærdu eru førir fyri at bera fram. Á krúnublaðnum hjá liljuni hevur Gud skrivað ein stuttan boðskap til tín, sum hjarta títt ikki fær lisið fyrrenn, at tað hevur viskað alt tað út, sum er tillært av misáliti, eginkærleika og gnaddandi ivasemi. Hví hevur hann givið tær teir syngjandi fuglarnar og tey yndisligu blomstur, um tað ikki er av einum yvirstreymandi kærleika í faðirhjarta, sum ynskir at blíðka og at gera tín veg fagran ígjøgnum lívið? Alt tað, sum neyðugt er fyri at liva, hevði tú kunnað fingið uttan blomstrini og fuglarnar; men Gud var ikki nøgdur við einans at skapa tað mest neyðuga til einans at kunna liva eina skavaða og sperda tilveru. Hann fylti jørðina, luftina, himmalhválvið og havið við blunkum frá sínum dýrdarglansi. Nú hann fyri tína eydnu og frøi í skapan var so oyðslusamur, at hann fylti náttúruna við so markleysum vísdómi, kanst tú so loyva tær at ivast í, um hann eisini vil geva tær hinar neyðugu vælsigningarnar? »Lýtið at liljunum«. Hvør blóma, ið opnar bløðini fyri sólarljósi, aktar tær somu lógir, sum stýra stjørnunum. Hvussu einfalt, vakurt og yndisligt er ikki hennara lív! Eisini við blómunum ynskir Gud at rópa okkum upp til at geva gætur tað elskuliga lyndi, sum er borið í at líkjast Jesusi. Hann, ið gav blómunum vakurleikan, ynskir enn meira at sál okkara skal verða ílatin hin vakrasta verimátan í lyndi Kristusar. Gev gætur, hvussu liljurnar vaksa, sigur Jesus. Hygg, hvussu planturnar, ið næla úr tí køldu, svørtu moldini ella úr rununi í áarósa, mennast í vakurleika og anga! Hvør vildi droymt um líkindir til nakað so vakurt at koma úr grovum brúnum leykum? Men tá ið tað guddómliga lívið, sum er goymt í honum, eftir hansara boðorði vil næla og spretta í regni og sól, kemur ein sjón, hvørs vakurleiki og yndi vekir okkara undran. Soleiðis vil eisini lív Guds fara at útbreiða seg í hvørjari mannasál, sum bjóðar seg fram at verða til taks fyri hansara náðis verki, ið eins frítt sum regnið og sólarljósið koma við sínum signingum til øll. Tað er Guds orð, sum skapar blómurnar, og tað er tað sama orðið, sum vil bera fram andans vøkru eginleikar hjá tær. Lóg Guds er kærleikans lóg. Hann girdi okkum við tí vakra fyri at læra okkum, at vit ikki eru sett í heimin einans fyri at vera bundin av okkum sjálvum, grava og byggja, stremba og spinna, men fyri at gera lívið ljóst, gleðiligt og vakurt við Kristi kærleika, og tá á sama hátt sum blóman, at kunna vera til gleði fyri onnur við at tæna í kærleika. Fadrar og møður, latið børn tykkara sleppa at blomstra! Takið tey við út í garðin, út á akrar og undir tey blaðríku trøini, og lærið tey at lesa boðskapin um Guds kærleika í náttúruni. Lat tankar um Gud verða knýttar at fuglunum, blómunum og trøunum. Upplærið børnini til í øllum innbjóðandi og vøkrum fyribrigdum at síggja eitt blunk frá Guds kærleika til tey. Gerið tykkara kristindóm soleiðis til eina blíða og jaliga áskoðan, so at tey kenna seg drigin at honum. Latið kærleikans lóg altíð vera á varrum tykkara. Lærið børnini, at í og við Guds kærleika, so kann teirra náttúra verða broytt og fáast í samlag við hansara náttúru. Kennið teimum fyri, at hann ynskir at teirra lív skulu verða pyntað við vakurleika líkt blómum. Fortel teimum, at tá ið tit henta tær yndisligu blómur, at tað var hann sum fekk tær fram, og at hann sum skapti tær, er enn vakrari enn tær. Hann, sum heilt ígjøgnum er yndisligur, vil vera teimum ein fylgjari og ein trúnaðarvinur. Teirra lív vil tá verða lagað til eftir mynd hansara. »Nei, søkið fyrst Guds ríki, og rættvísi Hansara!« (Matt 6:33) »Tí øllum slíkum søkja jú heidningarnir í heiminum eftir,« segði Jesus. »Men Faðir tykkara veit, at tykkum tørvar hetta.« Nei, »søkið fyrst ríki Guds og rættvísi Hansara! So skal alt hetta verða givið tykkum umframt!« (Luk 12:30; Matt 6:33). Eg eri komin fyri at lata kærleikans, rættvísins og friðarins ríki upp fyri tykkum. Latið tí hjørtuni upp og takið ímóti hesum ríki, og latið tess tænastu vera tykkara allarhægsta áhuga og raðfesting. Nokk er tað eitt andaligt ríki, men óttist ikki fyri, at tað ikki vil verða syrgt fyri tørvi tykkara her í nærverandi lívi. Um tit ofra tykkum til tænastu Guds, so vil hann, sum hevur alt valdi í Himli og á Jørðini, fáa tykkum alt tað til vega, sum tit hava tørv fyri. Jesus sleppur okkum ikki undan neyðugum sjabbi, men lærir okkum, at vit skulu gera hann til hin fyrsta og tann síðsta og besta til øll høvir. Vit eiga ikki at fáast við nakað ella at hava nakað til dagdvølju, sum kann forða fremjanini av rættvísi hansara í okkara lyndis eyðkennum og lívi. Hvat vit enn gera, so skal tað verða av hjarta fyri Harran. Ímeðan Jesus var á foldum, heiðraði hann lívið í øllum tess lutum við at halda Guds dýrd fyri eyga og við at lata øll ting samsvara Faðirins vilja. Hann vissaði um, at um vit fylgja hansara fyridømi, so skal alt, sum er neyðugt fyri okkum í hesum lívinum verða givið okkum »umframt«. (Matt 6:33). Um tað er fátækradømi ella ríkidømi, heilsa ella sjúka, góðtrúni ella vísdómur, so er syrgt fyri øllum hesum eftir lyftum náðinnar. Guds ævigi armur fevnir um ta sál, sum leitar hjálp sær hjá honum, og tað er líkamikið hvussu veik at viðkomandi sálin er. Dýrgripirnir úr fjøllunum skullu oyðast, men tann sál, sum livir fyri Gudi, skal búgva hjá honum. »Og heimurin forgongur, og lystir hansara; men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.« (1 Jóh 2:17). Staður Guds vil lata síni gyltu portur upp fyri at taka ímóti teimum, sum her á jørðini lærdu at líta á, at Gud gevur vegleiðing og vísdóm, ugga og vón í mótgongd og trongd. Har fara einglasangir at bjóða vælkomi, og fyri honum fer lívsins træ at bera frukt. »Tí víst kunnu fjøllini fara úr stað, og heyggjarnir vikast; men miskunn Mín skal ikki víkja frá tær, og friðarsáttmáli Mín skal ikki vikast - sigur Harrin, Hann, sum miskunnar tær.« (Es 54:10). Hevur tú givið teg yvir til Guds – fyri at gera verk hansara, so nýtist tær ikki at kvíða fyri degnum í morgin. Hann, hvørs tænari tú ert, kennir endan frá byrjan. Hvat dagurin í morgin eigur at bera, er goymt fyri tínari ásjón, men alt liggur opið fyri honum, sum er almáttugur. Tá vit yvirtaka leiðsluna av viðurskiftum, sum vit hava undir hond okkara og líta á, at okkara egni vísdómur skal geva okkum framgongdina, tá átaka við okkum eina byrðu, sum Gud ikki hevur lagt á okkum. Vit royna at bera hana uttan hansara hjálp. Vit átaka okkum eina ábyrgd, sum er Guds. Og vit seta okkum tá í roynd og veru í hansara stað. Vit hava tá góðar grundir til ivasemi, og at vænta okkum vandar og mótgongd, tí slíkar koma so vissuliga at raka okkum. Men tá ið vit verliga trúgva, at Gud elskar okkum og vil okkum alt gott, fer okkara ótti fyri framtíðini at halda uppat. Vit líta á Gud, eins og eitt barn lítir á eina kærleiksfulla mammu ella á ein pápa. Tá fara okkara trupulleikar og plágur at hvørva, tí vilji okkara verður gloyptur av vilja Guds. Kristus hevur ikki lovað nakra hjálp til at bera byrðuna fyri í morgin í dag. Tað ger hann í morgin. Hann hevur sagt: »Náði Mín er tær nóg mikið.« (2 Kor 12:9); og náði hansara er okkum boðin dag og dagliga; eins og mannaði sum kom av Himli í oyðimørkini til dagsins tørv. Eins og skarar Ísraels á pílagrímsferðini, so kunnu vit ein morgun fyri og annan eftir finna breyð himmalsins, nokk fyri dagin. Vit eiga bert ein dag ísenn, og hendan dag skulu vit liva fyri Gudi. Fyri henda dags viðkomandi mugu vit í álvarsamari tænastugerð leggja allar ætlanir og mál í Kristusar hond, við tað at vit kasta allar stúranir og gremjanir á hann, tí hann syrgir jú fyri okkum: »Tí Eg veit hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur Harrin – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.« ... »Venda tit við og halda tykkum í friði, skulu tit verða frelst; í stilli og áliti skal styrki tykkara vera.« (Jer 29:11; Es 30:15). Um tú vilt leita til Harran og venda við hvønn dag. Um tú í andanum sjálvur velur at vera djarvur og frøast í Gudi, og um tú við gleðishjarta aktar at náðiskalli hansara og vilt bera okið til Kristi tænastur, tá vilja allar kærur tínar tagna, allir trupulleikar verða burturbeindir og allar truplar uppgávur, sum tú hevur til avbjóðingar, vilja verða loystar. |