Við Meistarinum á fjallinum kapitel 5. Fra side 102 | tilbage |
»Tí eiga tit at biðja soleiðis« (Matt 6:9) Teir lurtandi lærusveinarnir kendu djúpar røringar í hjørtum. Teir sóu hann einsamallan at nýta langar tímar í samtalu við Faðirin. Um dagin hjálpti hann ofta fjøldini, sum tirptist um hann. Eisini avdúkaði hann mutur í lærum rabbinara. Undir hesum áhaldandi arbeiði varð hann ofta so útkoyrdur, at bæði mamma, brøður og lærusveinar óttaðust fyri, at tað skuldi kosta honum lívið. Men tá ið hann vendi aftur frá biðitímanum, sum endaði hin strævna dagin, sóu teir eitt friðsælt og úthvílt andlitsbragd aftur tørna til, sum fór um allan verimátan. Tað var eftir slíkar tímar við Gudi, at hann morgun eftir morgun stóð fram at veita fólkinum ljós úr himli. Lærusveinarnir vóru so smátt farnir at seta biðitíðina í samband ta kraftina, sum kom í kjalarvørri orðum og gerðum hansara. Tá ið teir nú lurtaðu eftir hansara ákallan, fyltust teir við gudsótta og kendu seg eyðmýktar. Tá ið hann var liðugur at biðja kendu teir sín egna djúpa tørv at siga: »Harri, lær okkum at biðja!« (Luk 11:1). Jesus mælir teimum ikki til nýggja bønarorðing. Hann endurtekur orðini frá fyrr, sum vildi hann siga: Tykkum tørvar at skilja tað, sum eg longu havi sagt; tykkum og tað er hina djúpu meiningina, sum er nógv djúpri enn tit enn hava fatað. Frelsarin avmarkar okkum tó ikki til nýtsluna av júst hesum orðum. Komin til foldar á jøvnum føti við menniskjuni, lærir hann sína egnu hugsjón við so løttum orðum, at eitt lítið barn eisini kann læra tey uttanat, og tó eru tey so víðfevnd, at størstu andsmennir illa skilja teirra fulla týdning. Vit mælaat til at venda okkum til Gud í takksigan, við tørvum okkara, vátta várar syndir og at krevja miskunnsemi eftir hansara lyfti. »Faðir vár, Tú sum ert í Himli!« (Matt 6:9) Her liggur kunngerðin um hin dýrabara sannleikan, sum er so fullur av eggjan og uggan, at Gud elskar okkum eins nógv og sín einkarson. Hetta segði Jesus í síðstu bønini fyri lærusveinunum: ”Tú hevur elskað tey, sum Tú hevur elskað Meg.” (Jóh 17:23). Í hesum heimi, har Djevulin framdi sítt krav og ræður við øgiligum harðræði, hevur sonur Guds við eini einastu hetjugerð fevnt alt í sín kærleika og aftur knýtt heimin til hásætið hjá Jehova. Óteljandi herskarar við kerúbum og seráfum í syndafríu heimunum sungu lovsangir til Gud og Lambi, tá hesin sigur varð vunnin. Teir frøddust um at vegurin til frelsu nú lá opin fyri ta falnu ættina, og at jørðin vildi verða endurloyst úr syndabanning. Hvussu mikið meira áttu vit sum evnið til ein so dýrabaran kærleika ikki at glett okkum! Hvussu kunnu vit tó ivast um ella nøra óvissur og hugsa, at vit eru ”faðirleys”. Tað var fyri tey, sum høvdu brotið lógina, at Jesus átók sær okkara náttúr. Hann gjørdist menniskjum líkur fyri at vit skulu fáa ævigan frið og tryggleika. Vit eiga ein talsmann í Himlunum, og tey, sum taka ímóti honum sum sínum perónliga frelsara, verða ikki latin eina at bera sína egnu syndabyrðu. »Tit elskaðu! Nú eru vit børn Guds.« … »Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar – so satt sum vit líða við Honum, fyri at vit eisni skulu verða dýrmett við honum.« (1 Jóh 3:2; Róm 8:17. Tað er ikki opinberað, hvat vit einaferð skulu vera. Men vit vita, at tá hann opinberast, skulu vit gerast honum lík, tí tá síggja vit hann sum hann er. Fyrsta stig okkara, tá vit koma til Guds, er at vátta og trúgva kærleikan, sum hann hevur til okkara (1 Jóh 4:16); tí tað er við kærleikans dragandi drátti, at vit eru leidd til hann. Sannan av kærleika Guds ger, at vit taka frástøðu til eginkærleikan. Tá vit nevna Gud Faðir, viðurkenna vit eisini øll at vera børn hansara, brøður og systrar. Vit eru øll partur av ættsins størra likami - limir í somu familjuni. Í bønini eiga vit at fevna næstan eins væl og ein sjálvan. Eingin biður rætt um hann einans leitar eftir vælsigning til sín sjálvs. Hin ævigi Gud, segði Jesus, veitir tær framíhjárættin at nýta navni Faðir, tá tú stígur fram fyri hann. Hugsa hvat alt hetta fevnir! Eingin faðir ella móðir á jørðini hevur nakrantíð tala so inniliga til vilst børn sum hann, ið skapti teg, og talar til lógbrótarin. Aldri hevur nakar so kærleiksfult leitt fólk til at elta tey treisku við so inniligari innbjóðan. Gud býr í hvørjari smáttu; hann hoyrir hvørt orð, sum sagt verður, og hoyrir hvørja uppsenda bøn. Hann smakkar sorgirnar og vónbrotini hjá hvørjari sál og gevur henni gætur á slíkan hátt, eins og pápi, mamma, systir, vinur ella granni verða viðfarin. Hann syrgir fyri okkara tørvi, og kærleikin, miskunnsemi og náðin streymar altíð út fyri at fáa tað til vega sum tørvar. Men um vit kalla Gud vár Faðir, tá vátta vit, at vit eru hansara børn, ið leiðast skulu av vísdómi hansara og at vera lýðin í øllum viðurskiftum, tí vit vita, at kærleiki hansara er uttan broyting. Vit góðkenna ætlanir hansara um vára lív sum Guds børn, og ynskja altíð útinna hansara æru, lyndi, húski og í hansara verkum síggja teir lutir, sum eru okkara hægstu mál. Tað skal vera okkum stór gleði at viðurkenna og háæra okkara viðurskifti til himmalska Faðirin, og hvønn einasta lim av húski hansara. Tað skal gleða okkum at gera hvørja gerð, hvussu lítil hon er, fyri at tæna honum til æru og til at hugna um vælveruna hjá okkara næsta. »Sum er í Himlinum« (Matt 6:9). Hann, sum Kristus bjóðar okkum at líta at sum »Gud okkara, Faðir vár, Hann er í Himli, Hann ger alt tað, ið Hann vil«. Í hansara verju hvíla vit trygt, og siga: »Men tá ið ræðsla fellur á meg, líti eg á teg!«. (Sl 115:3; 56:4) »Heilagt verði navn Títt.« (Matt 6:9) Men at halga navn Harrans merkir nógv meiri. Eins og jødarnir á Kristi tíð, kunnu eisini vit sýna hina størstu virðing fyri Gudi og tó framvegis vanhalga navn hansara. »Harrin! Harrin! « … er… »miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í miskunn og trúfesti.« Um Kristi samkomu er skrivað: »Tað skal verða rópt: Harrin! Rættvísi okkara.« Hetta navn verður sett á einhvønn Kristi eftirfylgjara. Tað er arvalutur Guds barna. Húskið nevnist eftir Faðirinum. Tá Ísrael var í stórari neyð og trongdum, bar Jeremias hetta fram: »Vit eru kallað eftir navni Tínum – yvirgev okkum ikki!«. (2 Mós 34:5-7; Jer 33:16; 14:9). Hetta navn halgast av einglum himmals og búgvandi í syndafríum heimum. Tá ið tú biður: »Heilagt verið navnið Títt!« biður tú um, at tú sjálvur mást verða halgaður í hesum heimi, halgaður í tær. Fyri menniskjum og einglum hevur Gud viðurkent teg sum sítt barn; bið um, at tú ikki skalt vanæra »hitt góða navn, ið tit eru nevndir við!« … (Ják 2:7). Gud sendir teg út í heimin sum hansara sendiboð. Í øllum gerðum lívsins eigur tú at opinbera Guds navn. Hendan bønin krevur teg at eiga hansara lyndi. Tú kanst ikki halga navn hansara ella vera lýsing av honum fyri heiminum, uttan so, at tú ert ein slík framseting av lívi Guds og hansara lyndiseyðkennum. Hetta er einans gjørligt við at taka ímóti náði Krists og hansara rættvísi. »Komi ríki Títt!« (Matt 6:10) Lærusveinar Krists hildu stovnan av ríki hansara skjótt at koma; men við hesi bønini lærdi Jesus teir, at ríkið ikki skuldi koma á hesi tíð. Teir skuldu biðja um tess komu sum hending, ið enn hoyrdi framtíðini til. Men bønin átti eisini eina tryggjan til teirra. Tí hetta, at Jesus eggjaði teimum til at biðja fyri ríkinum at koma, er prógv um, at Gud á síni tíð heilt víst vil lata tað koma, hóast at teir ikki komu at síggja tað á sínari livitíð. Stovnanin av ríki Guds hendir nú í øllum hjørtum, ið hava verið full av synd og uppreistri, men nú dag eftir dag geva eftir fyri hansara kærleiks kraft. Men hin fulla stovnanin av dýrdarríkinum verður ikki fyrr enn við aðru komu Krists í skýggjum. »Men ríkið, harradømið og valdið yvir ríkjunum undir øllum himli,« skal »gevast fólkinum, sum eru hini heiløgu hins Hægsta.« Tey skulu arva tað ríki, sum er fyrireikað til teirra »frá tí at heimurin varð grundaður.« (Dán 7:27; Matt 25:34). Við aðru komu síni, vil Jesus yvirtaka sítt stóra vald og tá byrja at ráða sum kongur. Tey himmalsku portur fara enn einaferð at hevjast, og við tíggjutúsinn falda túsinn ferir tíggjutúsinn heilagum, so vil Frelsarin stíga fram sum konganna Kongur og harranna Harri. Jehova Immanuel »skal tá vera kongur yvir øllum landinum; tann dag skal Harrin vera ein, og navn Hansara eitt.« … »Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; og tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra.« (Zak 14:9; Op 21:3). Men innan ta tilstundan, segði Jesus, skulu gleðiboðini um hetta ríki »verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð.« Ríki hansara kemur ikki fyrr enn gleðiboðini um náðina eru vorðin boðað um alla jørðina. Tá ið vit yvirgeva okkum til Gud, og vit vinna sálir fyri hann, framskunda vit hansara ríkis komu. Einans tey gera tað, sum halga seg til tænastu hansara, og siga: »Her eri eg – send meg!« Til at lata eyguni upp hjá blindum og at venda fólkinum til »at lata upp eygu teirra, so at tey venda sær frá myrkri til ljós og frá valdi Satans til Gud, og fyri at tey kunnu fáa fyrigeving syndanna og fyri at fáa lut millum teirra, ið halgað eru við trúnni á Meg.« Einans hesi biðja heilt erligt: »Komið ríki Títt!«. (Matt 24:14; Es 6:8; Áp 26:18). »Verði vilji tín, sum í Himli, so á jørðini við!« (Matt 6:10) Men í himli vera ongar gerðir undir kensluni av lógarnoyðslu. Tá Satan gjørdi uppreistur ímóti lógini hjá Jehova, kom hesin tankin, at ein lóg var, næstan sum ein vekjan av einglunum, ein uppvaknan til nakað, ið teir ikki høvdu givið ans. Einglarnir fremja ikki sínar gerðir sum tænarar, men sum synir. Tað er fult samsvar millum teir og teirra skapara. Fyri teir er lýdni ikki trældómur. Kærleikin til Guds ger teirra tænastur til eina gleði. Í hvørjari sál, har Kristus, dýrdarinnar vón, býr, fara hansara orð eisini at geva tað sama afturljóði, sum tá ið hann sigur: »at gera vilja Tín, Gud Mín, er gleði mín, lóg Tín er mær í hjarta!« (Sl 40:9). Bønin: »Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!« (Matt:6:10), er bøn um, at óndskapsins harradømi á jørðini má fáa ein enda, og at syndin verður oydd med alla, og at rættvísins ríki verður stovnað. Tá fer Guds góði og fjálgi vilji at verða uppfyltur á allari jørðini, sum hann eisini er tað í Himlinum. »Gev okkum í dag dagliga breyð okkara« (Matt 6:11) Men tú ert eins og barn, sum ikki enn hevur fingið ræði á arvinum. Gud letur tær ikki tína kostbaru ogn, fyri ikki at Satan við snildum listarbragdum skal snýta teg, eins og hann snýtti fyrsta mansparið í Eden. Kristus varðveitir arvin fyri teg á tryggum stað uttanfyri fíggindans armlongd. Eins og barnið vilt tú dagliga fáa tað, sum er fyri neyðini til dagsins tørv. Hvønn dag mást tú biðja: »Gev okkum í dag okkara dagliga breyð.« Verð ikki ræddur, um tú ikki hevur nóg mikið til í morgin. Tú hevur vissuna í lyfti hansara um, at tað vissuliga skal verða syrgt fyri tær. Dávid segði: »Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði.« Tann Gud, sum sendi ravnar við mati til Elias við áarløkin Krit, fer ikki at svíkja ein einasta av sínum trúføstu, sjálvsuppofrandi børnum. Um hann, sum ferðast í rættferð, er soleiðis skrivað: »Hann skal búgva høgt; fjallaborgir skulu vera vernd hansara; breyð sítt skal hann fáa, vatnið skal ikki verða uppi hjá honum.«…. »Tey verða ikki til skammar í óndum tíðum, tey verða mettað á hungursdøgum.« … »Hann, sum spardi ikki Sín egna Son, men gav Hann fyri okkum øll, hvussu skal Hann kunna annað enn geva okkum alt við Honum!« … (Sl 37:25; Es 33:16; Sl 37;19; Róm 8:32). Hann, sum tók sær av mammu síni í hennara einkjustøðu við tess byrðum og ótta, og hjálpti henni við at fáa til vega tað neyðuga til familjuna í Nazareth. Hann hevur eisini samkenslu við hvørja mammu í hennara stríði at skaffa sær føði til børnini. Hann tók synd í og harmaðist um fólkaskararnar, tí »tey vóru illa hágreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur.« (Matt 9:36). Soleiðis hevur hann stóra samkenslu við tey fátæku, sum hava tað ringt. Hond hansara rætttir seg út ímóti teimum til vælsigningar, og júst í bønini, sum hann gav lærusveinunum, lærdi hann teir eisini at minnast til hini fátæku, Tá vit biðja: »Gev okkum í dag okkara dagliga breyð,« biðja vit fyri øðrum eins væl og fyri okkum sjálvum, og vit sanna, at tað sum Gud gevur okkum, er ikki eina okkara. Gud lítir okkum tað til, fyri at vit skulu kunna metta tey svongu. Í síni góðsku hevur hann syrgt fyri tí fátæka. (Sl 68:11). Og hann sigur: »Tá ið tú gert døgurða- ella nátturðaveitslu, bjóða tá ikki vinum tínum ella brøðrum tínum, ei heldur skyldmonnum tínum ella ríkum grannum. Tí teir bjóða tær aftur til viðurlag.« … »Nei, tá ið tú gert veitslu, bjóða tá fátækum, kryplum, lamnum og blindum! Tá ert tú sælur; tí tey hava einki at løna tær aftur við, men tað skal tær verða afturlønt, tá ið hini rættvísu aftur rísa upp.« (Luk 14:12-14). »Men Gud er mentur at lata alla náði lutast tykkum ríkliga, so tit í øllum altíð kunnu hava alt, sum tykkum tørvar, soleiðis í yvirflóð kunna gera alt gott verk.« … »Og hetta sigi eg: Tann, ið kargt sáar, skal eisini kargt heysta, og tann, ið sáar við signingum, skal eisini heysta við signingum. « … (2 Kor 9:8 og 6) Bønin um hitt dagliga breyðið er ikki einans fyri mat til likamsins viðlíkahaldandi tørvir, men eisini um hitt andaliga breyð, sum vil geva sálini føði til ævigt lív. Jesus sigur við okkum: »Arbeiðið ikki fyri matin sum forferst, men fyri matin, ið varir til ævigt lív.« … »Eg eri hitt livandi breyð, sum kom niður av Himli; etur nakar av hesum breyði, skal hann liva í allar ævir.« (Jóh 6:27 og 51). Vit taka ímóti Kristi um orð hansara, og Halgi Andin verður latin fyri at opna Guds orð í vitsku okkara og tá at bera sannleikar inn í hjarta. Tá vit lesa tað, mugu vit dag og dagliga biðja um, at hann vil senda sín Anda at vísa sannleikan og styrkja sálina í mun til dagsins avbjóðingar. Nú tá Guds orð lærir okkum, at vit hvønn dag skulu biðja um tað, sum okkum treingir, bæði av holdsligum og andaligum vælsigningum. Hann vil at tað skal gagna okkum. Hann ynskir at vit sanna okkara bundni av hansara áhaldandi umsorgan. Hann roynir at leiða okkum inn í sín felagsskap, tí samfelagið við Kristus í bøn og granskanin er av hinum størstu og dýrabarastu sannleikunum í orði hansara, ið vil metta svangar sálir og leska tystar sálir frá lívsins keldu. »Fyrigev okkum skuldir okkara, sum eisini vit fyrigeva skuldarum okkara« (Matt 6:12; Luk 11:14) Aftaná at enda Harrans bøn, legði Jesus hetta aftrat: »Tí fyrigeva tit menniskjum misbrot teirra, skal himmalski Faðir tykkara eisini fyrigeva tykkum. Men fyrigeva tit ikki menniskjum misbrot teirra, skal Faðir tykkara heldur ikki fyrigeva misbrot tykkara.« (Matt 6:14-15). Hann, sum ikki sáttast, avkvettir júst tað amboðið, sum hann kann fáa miskunn við frá Gudi. Vit mega ikki dúva á ta hugsan, at uttans so, at tey, ið hava skatt okkum, vátta sínar feilir, so eru vit í fullum rætti at nokta teimum okkara fyrigeving. Uttan iva, so hvílir eisini á hjørtum teirra at eyðmýkja síni hjørtu við ihran og játtan; men fyri tað eiga vit at vísa eitt samkennandi sinnalag ímóti teimum, sum hava syndað ímóti okkum, líka mikið um tey vátta sínar feilir ella ikki. Hvussu illa tey enn munnu hava sært okkum, so mugu vit ikki steðga á við tað trupla og ikki lata okkum leiða í slíkt sjálvsynk, sjálvssamkenslu fyri tann órætt, ið vit hava verið fyri, men eins og vit vóna á okkara fyrigeving fyri vára brot ímóti Gudi, so eiga vit eisini at fyrigeva øllum, sum hava gjørt okkum ilt. Men fyrigeving hevur ein enn meira víðfevndan týdning, enn mong ímynda sær. Tá Gud veitir vissuna fyri, at hann er rundur til at fyrigeva, leggur hann aftrat, sum um meiningin í hesi forvissan fer upp um alt, sum vit kunnu fata: »Tí hugsanir Mínar eru ikki hugsanir tykkara, og leiðir tykkara eru ikki leiðir Mínar – sigur Harrin. Nei, sum himmalin er hægri enn jørðin, eru leiðir Mínar hægri enn leiðir tykkara, og hugsanir Mínar hægri enn hugsanir tykkara!« Guds fyrigeving er ikki einans juridisk gerð, sum í innhaldi frítekur fyri fordøming; nei, hon er ikki einans fyrigeving fyri synd, men í umvending frá synd; hon er ein útstreyman av tí endurloysnarakærleikanum, sum broytir hjartað. Dávid hevði tað rætta hugtakið um fyrigeving, tá ið hann bað: »Gud, skap í mær reint hjarta, og gev av nýggjum støðugan anda innan í mær!« Og víðari lesa vit: »So langt sum eystri er frá vestri, letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum.« (Es 55:8-9; Sl 51:12; 103:12) Í Kristusi gav Gud seg sjálvan fyri syndir okkara. Hann stríddist við krossins ræðuliga deyða »rættvísur fyri órættvís«, fyri at hann skuldi kunna opinbera sín kærleika fyri okkum og draga okkum at sær. Og hann sigur: Verið »í tann stað góð hvørt við annað, miskunnsom, so tit fyrigeva hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum í Kristusi!« (1 Pæt 3:18; Ef 4:32). Latið Kristusar, tað guddómliga lívið, búgva í tykkum og ígjøgnum tykkum vísa hin himmalfødda kærleika, sum vil vekja vónir hjá tí, sum er uttan vón, og veita honum himmalsins frið í hjarta, sum syndin hevur rakt. Hetta er treytin, sum møtir okkum á gáttu Guds, at vit, samstundis at vit fáa miskunn frá honum, geva okkum til eisini at vísa náði hansara fyri øðrum. Aðaltreytin fyri at fáa Guds fyrigevandi kærleika, og at kunna lata hann víðari, er fyri okkara viðkomandi, at vit sanna og trúgva á kærleikan, ið hann hevur til okkum: »Gud er kærleiki.« (1 Jóh 4:16). Við hvørt fals, sum er honum tøkt, arbeiðir Satan fyri, at vit ikki fáa eyga á hendan kærleikan. Hann vil stýra okkum at halda, at okkara mistøk og brot hava verið so stór, at Harrin ikki vil lurta eftir bønum okkara, og at hann ikki vil signa og frelsa okkum. Í okkum sjálvum fáa vit ikki sæð annað enn veikleikar, einki, sum kann fáa okkum yndi Guds, og hin óndi sigur, at tað nyttar ikki, tí vit klára ikki at bøta okkara lyndis saknir. Tá vit royna at koma til Guds, vil fíggindin teska: »Tað nyttar tær einki at biðja; gjørdi tú ikki hattar illa? Hevur tú ikki syndað ímóti Gudi og vanæraði tá tína egnu samvitsku?« Men tú kanst tá fortelja fíggindanum, at Jesus Kristus, sonar Guds blóð »reinsar frá allari synd«. Tá ið vit kenna at vit hava syndað, og ikki kunnu biðja, mugu vit trúgva: »Tað er trúvert orð og til fulnar vert at verða fagnað, at Kristus Jesus kom til heimin at frelsa syndarar, og av teimum eri eg hin størsti.« (1 Jóh 1:7; 1 Tim 1;15). Fyrigeving og sáttur við Gud, kemur til okkara, ikki sum løn fyri gerðir okkara, og verður ikki boðað fyri nakað uppiborið frá syndigum menniskja, men tað er ein gáva, og grundarlagið fyri at vit skulu kunna víðari um hesa gávuna, er hennara lýtaleysa rættvísi í Kristusi. Vit eiga ikki at royna at gera okkara syndaskuld minni enn hon er, við at umbera syndina. Vit mega góðtaka hugsan Guds um synd, og hon er í sannleika strang. Golgatha eina vísir hvussu øgilig og andstyggilig synd er. Um vit skuldu borið egnu byrðar okkara, vildi hon knúst okkum. Men Hann, sum var uttan synd, hevur sett seg í okkara stað. Hóast hann var ósekur, so hevur hann borið okkara misgerðir: »Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar, og reinsar okkum frá allari órættvísi.« Hvør dýrabarur sannleiki: hann er rættvísin yvir síni egnu lóg, ímeðan hann tó er rætvísgerðarin fyri øll, sum trúgva á Jesus! »Hvør er Gud sum Tú, Gud, sum tekur burtur misbrot teirra og fyrigevur synd teirra, ið eftir eru av arvi Hansara! Hann goymir ikki í allar ævir vreiði Sína, tí Hann hevur hug at vísa náði.« (1 Jóh 1:9; Mika 7:18). »Leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa« (Matt 6:13) Freistan og lokkan í synd er ikki frá Gudi, men frá Satan og tí ónda í okkara egnu hjørtum. »Gud verður ikki freistaður av hinum illa, og Hann freistar heldur ongan.« (Ják 1:13). Hin óndi roynir at leiða okkum í freistingar, og tað er fyri at fáa tað ljóta í lyndi okkara fram og víst fyri menniskjum og einglum, so hann kann gera sítt krav galdandi um, at vit hoyra honum til. Í síni sinnismyndandi profeti hjá Zakarias, sær ein Satan standa undir høgru lið hjá Harrans eingli og ákæra Jósua, høvuðsprest, sum var ílatin skitin klæðir. Hann setti seg ímóti tí gerð, sum eingilin vildi hjálpa Jósua við. Hetta er ein lýsing av tí áskoðan, sum hin óndi hevur mótvegis hvørji einastu sál, sum Kristus roynir at draga at sær. Fíggindin leiðir okkum í synd, og aftaná ákærir hann okkum fyri tí himmalska heimi sum ikki verdug til Guds kærleika: »Men Harrin segði við Satan: ”Harrin revsi teg, Satan!” Harrin revsi teg, hann, sum hevur útvalt Jerúsalem! Er hesin ikki brandur, ryktur úr eldinum?« Og við Jósua segði hann: »Eg havi tikið misbrot títt burtur frá tær, og tú skalt nú verða latin í hátíðarklæðir.« (Zak 3:2-4). Í stóra kærleika sínum roynir Gud at menna tær dýrabaru dygdir í anda sínum yvir á okkum. Hann loyvir forðingum, forfylging og trupulleikum at møta okkum, ikki sum eina banning, men sum stórstu signing í lívi okkara. Hvør freistan, sum vit standa ímóti, og hvør ein roynd, sum vit bera byrðuna av undir frímóð, gevur okkum eina nýggja lívsroynd, og vil virka til eina lyndisuppbygging. Tann sálin, sum við guddómligari kraft stendur ímóti freistingum, opinberar fyri verðini og fyri teimum himmalsins íbúgvum, at náði Krists er nóg mikið. Men hóast vit ikki skulu lata okkum taka av fótum undir royndum, um tær so eru tungar, so eiga vit at biðja til Gud um ikki at loyva okkum at verða førd har, sum vit verða leidd á skeivar vegir vegna lyst í egnum óndum hjørtum. Við at senda ta bøn Kristus gav, geva vit okkum yvir í hansara leiðslu, og biðja hann leiða okkum á tryggum gøtum. Vit kunnu ikki biðja hesa bøn av sannum hjarta og samstundis ætla at fylgja einum vegi, sum vit sjálv velja. Vit eiga at bíða eftir, at hansara hond leiðir okkum, og at lurta eftir rødd hansara, sum sigur: »Hetta er vegurin, gangið eftir honum!«. (Es 30:21) Vit kunnu ikki vera trygg, um vit fara at hugsa um teir fyrimunir, sum vit kunnu heysta við at fylgja ráðlegging Satans. Synd ber við sær vanæru og vanlukku til hvørja einastu sál, sum kastar seg út til hesa; men syndin er blendandi og gevur bara vónbrot í sínum skapi og reglu, tó hon vil dára okkum við smikrandi lýsingum. Um vit váða okkum út á Satans øki, hava vit onga vissu fyri at fáa verju ímóti hansara veldi. So langt sum tað stendur til okkara, eiga vit tí at lata hvørja einasu hurð aftur, sum freistarin kann fáa atgongd ígjøgnum inn til okkara. Bønin »Leið okkum ikki í freistingar«, er í sær sjálvum eitt lyfti. Um vit geva okkum yvir til Gud, tá hava vit hetta klettatrygga lyftið: »Gud er trúfastur. Hann skal ikki lata tykkum verða freistað út um tað, ið tit eru ment.« (1 Kor 10:13). Tann einasta verjan ímóti tí ónda er hon, at vit hava Krisus búgvandi í hjartanum við trúnni á rættvísi hansara. Orsøkin til, at freisting eigir so nógv vald á okkum, er, at tað býr ein egoisma í okkara hjørtum; men tá ið vit líta eftir kærleika Guds, kemur egosiman at vísa seg sum hesin ljóti og frástoytandi verimáti, og vit ynskja hana rikna út úr sál okkara. Tá ið Heilagi Andin dýrdarger Kristus, gerst hjarta milt og bleytt, freistanin missir tá kraftina, og náði Krists broytir okkara lyndi. Kristus vil aldrin rýma frá tí sálini, sum hann doyði fyri. Eitt fólk kann fara frá honum og yvirtakast av freisting, men Kristus vendir sær ongantíð burtur frá tí, hvørs endurloysn hann rindaði fyri við sínum egna lívi. Um andaliga lív okkara kundi verði meiri vaki, vildu vit sæð niðurboygdar sálir tyngdar av sorg, fara skinklandi eins og vagnur fullur av kornbundum, liðug at doyggja í máttloysi. Vit vildu eisini sæð einglar skunda sær at bera hjálp til hesi freistaðu, sum standa á avgrundsins egg. Einglar himmals noyða óndskaps herskarar, sum tirpast runt um hesar sálir, til at víkja og leiða tey freistaðu at stíga teirra føtur á tryggan grundvøll. Teir bardagar, sum eru ímillum hesar herar, eru líka so veruligir sum teir bardagar, ið verða bardir av jarðiskum herum, og ein ævig lagna er útfall av tí andaliga bardaga. Til okkum eins og Pætur ljóða orðini: »Satan vildi hava tykkum í vald sítt at sálda tykkum sum hveiti. Men Eg bað fyri tær, at trúgv tín skal ikki svíkja.« Takka verið Gudi, so eru vit ikki latin eina. Hann, sum elskaði heimin so nógv, »at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív,« vil ikki svíkja okkum í stríðnum ímóti mótsøðumanni Guds og manna. »Sí« sigur Hann: »Eg havi givið tykkum vald til at traðka á ormar og skorpiónir og yvir øllum veldi fíggindans, og einki skal kunna saka tykkum.« (Luk 22:31-32; Jóh 3:16; Luk 10:19). Liv lívið í nærsambandi við hin livandi Kristus. Tá vil hann halda tær fastan við hondini, sum ongnatíð missir takið. Játta teg og trúgv kærleikanum, sum Gud hevur til okkara, tí tá ert tú tryggur. Hesin kærleikin er borgin, sum Satan við øllum sínum freistingum og álopum ikki klárar at yvirtaka. »Navn Harrans er sterkt torn; hin rættvísi skundar sær hagar og verður bjargaður.« (Orðt 18:10) »Tí títt er ríki og valdið, Tín er heiðurin, í allar ævir, Amen« (Matt 6:13) Fall Jerúsalems var forsøgn og súmbol fyri hina endaligu oyðing, sum vil koma yvir alla jørðina. Profetiir, sum partvist fingu uppfylling í oyðing Jerúsalems, peika beint til hinar síðstu dagar. Vit standa á gáttini til stórar og álvarsamar tilburðir. Ein kreppa bíðar hvørs líka heimurin ikki fyrr hevur sæð. Men til okkara eins og til lærusveinarnar ljóðar sama yndisliga forvissan, at alt er undirlagt Guds kongadømi. Skráin fyri teir nærkandi tilburðir liggur í Harrans hondum. Himmalsins hátign skipar sjálvur fyri leiðsluna yvir forløg fólkanna eins væl og fyri viðurskiftini hjá samkomuni. Guddómligi lærarin sigur við øll, sum eru eitt amboð til at inna hansara ætlanir, eins og hann segði tað við Kýros: »Eg vápnaði teg, tó at tú kendi meg ikki!« (Es 45:5) Í sjón sá Ezekiel profetur nakað í útsjónd sum eina hond undir einglaveingjum kerúba. Tað skal læra Harrans tænarar, at tað er hin guddómligi mátturin, sum gevur framburðin. Guds einglar, Guds sendiboð, skulu ikki halda, at teirra verk er bundið av sær sjálvum. Tann byrðan er ikki latin deyðiligum menniskjum at bera. Hann, sum ikki dúrar og aldrin hálvsvevur, hann, sum áhaldandi virkar í fullfíggjan av sínum ætlanum, vil bera verk sítt framá. Hann vil ikki kvetta ætlanir teirra gudleysu, sum leggja ill átøk ímóti sínum fólki. Hann, sum er kongur og harri herskaranna, sitandi ímillum kerúbar. Undir tjóðanna stríði og rokilsi verjir hann tó framvegis børn síni. Hann, sum í Himli ræður, er okkara frelsari. Hann mátar hvørja roynd, og heldur vakt um tann eld, sum neyðugur er fyri at reinsa hvørja sál. Tá ið konganna borgir rapla, tá ið pílar vreiðinnar einaferð vila bora seg í hjørtu fíggindanna, vil fólk hansara vera trygt í hondum hansara. »Tín, Harri, er stórleikin, mátturin, heiðurin, dýrdin og hátignin, ja, alt í Himli og á jørð. Títt, Harri, er ríkið …… í hond Tíni er styrki og megi, í hond Tíni stendur tað at gera stórt og sterkt, hvat ið tað so skal vera.« (1 Krýn 29:11-12) |